Á landsfundi hjá norges fiskarlag - olijacobsen.com · 2015. 3. 4. · samferðslu.tá hann var...

24
Nr. 353 Hósdagur 27. oktober 2005 12,- Vit hava nøvnini á teimum 210, sum mistu lívið á sjónum bardagaárini og nógv annað tilfar frá bardagatíðini. Minningarhald fyri teimum sum fórust bardagaárini Á landsfundi hjá Norges Fiskarlag Á slíkum fundi sæst neyva sambandið millum føroyingar og norðmenn. Magnetur sparir 10% av oljunýtsluni Góð tíðindi í hesum dýru oljutíðum. Maiken: Av løgmans- skrivstovuni til Álands Maiken hevur tænt sjey løgmonnum. So kom ein álendingur uppí leikin... Sofus Poulsen 2. partur: Havn undir krígnum Síða 9 Síða 11 Síða 17 Síða 16 Síða 20

Upload: others

Post on 15-Feb-2021

1 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • Nr. 353 Hósdagur 27. oktober 2005 12,-

    VViitt hhaavvaa nnøøvvnniinnii áá tteeiimmuumm 221100,,ssuumm mmiissttuu llíívviiðð áá ssjjóónnuumm

    bbaarrddaaggaaáárriinnii oogg nnóóggvv aannnnaaððttiillffaarr ffrráá bbaarrddaaggaattííððiinnii..

    Minningarhaldfyri teimum sum fórust bardagaárini

    Á landsfundi hjáNorges FiskarlagÁ slíkum fundi sæst neyva sambandið millumføroyingar og norðmenn.

    Magnetur sparir10% av oljunýtsluniGóð tíðindi í hesum dýru oljutíðum.

    Maiken:Av løgmans-skrivstovunitil ÁlandsMaiken hevur tænt sjeyløgmonnum. So kom einálendingur uppí leikin...

    Sofus Poulsen 2. partur:Havn undir krígnum

    Síða 9

    Síða 11

    Síða 17

    Síða 16

    Síða 20

  • Eina ferð vóru 7 systrar í Nólsoyí einum húsi. Men so hendi tað,at fimm av teimum giftust tilSuðuroyar. Fýra í Sandvík og einí Hvalba. Og tvær av teimum,Olgu og Randi, hittu vit umborðhendan dagin.Tær hava siglt við"Smyril 1", og nú skulu tær viðhesum nýggja farinum.Tær erusamdar um, at her er talan umeitt veldugt framstig, og vit viljaynskja manningini góða eydnuvið teirra nýggja arbeiðsplássi!

    Umborð á nýggja "Smyril"

    Hetta eru tríggir rættir hvalbingar. Uttast t.v. er 80 ára gamliDánjal Norðberg. Hann hevur roynt aðrar tíðir enn hesar viðsamferðslu.Tá hann var ungur var eingin vegur til Hvalbiar, sofarast mátti til gongu yvir fjøll til Tvøroyrar ella Sandvíkar, tá taðikki lá fyri at sigla. Dánjal minnist næstfyrsta "Smiril", sum legðilegði inn á Hvalba á ferðini til og úr Havn. Ferðin til Havnar tókvanliga meginpartin av einum degi.

    Næstur honum er Dávur Holm Jacobsen, sum lítið og einkikennir til hesi viðurskifti. Hann er meistari við "Smyril", og hannhevur mestsum búð í Spania nú í fleiri ár, tí hann er ein av teim-um, sum hevur havt eftirlitið við byggingina av "Smyrli". Uttasttil høgru Arnold Eivindsson, sum er lærari í Havn, og sum er einav teimum sum væntandi javnan fer at nýta "Smyril".

    GullbrúdleypTann 19. november hava Marna og Jákup Joen-sen á Eiði gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin íítróttarhøllini á Eiði sama dag.Tey, ið vilja gleðagullbrúðarparið við at koma í gullbrúdleyp,kunnu siga frá á

    tlf. 42 30 78 – 72 30 78ella á teldupost [email protected]

    innan 10. november.

    Nú hevur so nógv verið skrivað um nýggja "Smyril", at tað er ikki so nógvvit kunnu leggja afturat.

    Men vit vóru á kajuni, tá skipið kom á Havnina leygardagin, og hópurav fólki var fyrst á bryggjuni og síðan umborð. Talan er um eitt stásiligt

    skip, og vit fara seinni at endurgeva grein úr Hugbirtingum hjá PeturHáberg um gamla "Smyril", sum kom í 1932. Her kemur at fáast einábending um, hvussu stórur munurin er.

    Vit vóru umborð og hittu onkran.

    Jólapostur 2005 Jólapostur til grannalondini eigur at vera í seinasta lagi á posthúsinum í Tórshavn:

    Flogpostur Skipspostur Brøv Pakkar Brøv Pakkar

    Bretland 16.12 15.12 01.12 01.12Danmørk 19.12 19.12 15.12 15.12Finnland 16.12 16.12 08.12 08.12Grønland, Nuuk 16.12 16.12 17.11 17.11Ísland 16.12 16.12 senda ikki við skipiNoreg 19.12 12.12 08.12 08.12Svøríki 16.12 16.12 08.12 08.12

    Freistirnar eru eisini at síggja á www.postur.fo. Upplýsingar um seinastu freistir til onnur londog nærri upplýsingar um freistirnar til aðrar býir í Grønlandi eru at fáa á størstu posthúsunum.

    Postverk Føroya ynskir øllumeini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    Veðrið kanndarva postflutningin.

    Sendið tí postin í góðari tíð.

    PostverkFøroya

    InnlendisJólapostur til móttakarar íFøroyum eigur at vera latininn í seinasta lagi:

    mikudagin 21. desember.

    TollgreiðslaTað er sera umráðandi fyriskjóta tollgreiðslu í mót-takaralondunum, at vøru-innihaldið (gávurnar) í send-ingunum verður skrivligaútgreinað á tollsøgnina.

    MatvøraAvmarkingar eru, tá mat-vøra skal sendast til út-heimin. Upplýsingar eru atfáa á posthúsunum, umhvat og hvussu nógv kannsendast í hvørjum pakka.

    Tilskriftarleysarsendingar í desemberTilskriftarleysar sendingarkunnu sendast uttan eyka-kostna. Gjøldini og vanligureglurnar eru at finna áwww.postur.fo.

  • Síða 3Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Havi siglt í fastari rutumillum Danmark og Grøn-land í 10 ár, og mínarroyndir eru, at ÚF hoyristnógv longur, enn BjarniDjurholm vil vera við (sítalvu).

    Upplýsingarnar í talv-uni eru royndir hjá mærsjálvum og nøkrum avmínum starvsfeløgum.

    ÚF hoyrist sostat tvífaltso langt sum ITU (Inter-national TelecomunicationUnion) sambært BjarnaDjurholm sigur. ITU hev-ur uttan iva okkurt minstamál fyri, hvussu sterktsignalið skal verða fyri attelja við. Men tað bilareinki, um tað skróðar eittsindur í. Sjófolk krevjaikki stereogóðsku.

    Bjarni Djurholm skriv-ar, at órógv er mest eintrupulleiki um náttina.Táman sigur, at rúmbylgjaner ein trupulleiki um nátt-ina, meinar mann frá sól-setur til sólarris.

    Ta myrkastu tíðina, umokkara leiðir, setur sólinlongu um trítíðina seinna-

    part og rísur um tíggjutíð-ina fyrrapart.T.v.s. at nátt-in er einar 18 tímar, táringast vil til.

    Mann skuldi trúð, at viðeinum 25 kW sendara verð-ur trupulleikin við óljóðinógv størri.

    Tað verður sum at teskainni í eini ítróttarhøll mótiendanum av einum jøvn-um hondbóltdysti.

    Ein Føroysk fjarskiftisfyri-tøka bjóðar sær at sendatíðindi til skip, um fylgi-svein. Men tað krevur, atskipið hevur útgerð til attaka niður fylgisveinasjón-varp, og henda útgerð ersera dýr.

    Eg haldi, at tað er í sonógv avgjørt at kalla hettatilboð "internet" som Bjarni

    Djurholm kallar tað.Talaner um at senda og mót-taka data, í einum, eina-ferð um samdøgrið. Fyri-tøkan lýsur við, at manfær tíðindir "uttan at faraá internetið"!!!

    Tað sigur ikki so lítið, attað kostar 1.400 kr. ummánaðan bara at taka nið-ur ÚF beinleiðis.

    Um so er, at landið ikkihevur ráð til ein millum-bylgjusendara, ið hoyristvíða,so er bara at siga sumer, ístaðin fyri at pakkatað inn í eina umberingum,at tað ikki hevur nakr-an týdning at minka sendi-orkuna niður í 25kW!

    Men fyri at ikki alt skalenda við munnhøgganum kilowatt, kilometrar,

    óljóð og hoyrilíkindir, sovil eg mæla til at FøroyaTele, sum eina roynd,skrúvar niður fyri núver-andi sendara so hann send-ir við 25kW.So verður sjónfyri søgn.

    Tá tað letur seg gera atskrúva millum 200kW og100kW, so man eisini veramøguligt at skrúva longurniður.

    Tá kann Tingið taka av-gerð út frá veruligumroyndum. Og ikki berteinum matematiskum mo-delli frá ITU.

    VViinnaarrlliiggaaEyðun Simonsen,Hoyvík.

    Viðmerking frá Eyðun Simonsen:

    Millumbylgjusendarin

    Akraberg fj. Akraberg km. ViðmerkingarSkagen 580 fjórðingar 1074 km Hoyrist hampuliga væl**Lindesnes 486 fjórðingar 900 km Hoyrist væl*35 gradir vestur/59 gradir norður 850 fjórðingar 1600 km Hoyrist hampuliga væl*** Merkir at tú kanst lurta uttan at vera noyddur at kýta teg á nakran hátt. Tú kanst v.ø.o. fáast við okkurt annað meðan tú lurtar.** Merkir at tú ikki kanst fjasast við alt ov nógv annað uttan at missa tráðin.

    Fiskimálaráðið

    Fiskivinnuroyndir 2006 Lýsing eftir umsóknum

    Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum,sum stuðlar gransking og menning innan fiskivinnu:

    Verkætlanir innan fylgjandi øki hava fyrimun:· Fiskiskapur við ábyrgd · Royndarveiða, framleiðsla og søla· Virðisøking av fiski· Búskaparlig og samfelagslig menning av

    fiskivinnuni· Heilsa, trygd og umhvørvi

    Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnusøkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

    Serligur dentur verður lagdur á, at verkætlanir kunnuvísa á, at tær hava vinnuna við í verkætlanini, hava góðaeginfígging ella aðra fígging og kunnu vísa á møguligtsamstarv við samstarvsfelagar í Føroyum og uttan-lands.

    Víst verður á, at møguleiki er hjá vinnuni at søkja umstuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyri-nevndu økir.

    Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanirber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta.

    Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnu-gransking í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. nov.2005 kl. 12.00.

    Meira fæst at vita:Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annaðkunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo

    Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,samskipara við møguligum spurningum.

    Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlógfyri 2006.

    Jákup Mørkøre, samskiparitlf.: 35 30 30 / 35 32 48fartel.: 21 73 69t-post: [email protected]

    Umsóknir skulu sendast til:

    FiskimálaráðiðSamskiparin í fiskivinnugranskingP.O.Box 347Heykavegur 6FO-110 Tórshavn

    Klaksvíkar SjúkrahúsFO-700 Klaksvík

    Ortopædkirurgiskurskómakari & bandagisturOrtopædkirurgiskur skómakari & bandagisturfrá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 8. og9. november 2005, og á Landssjúkrahúsinum10. november 2005.

    Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 54 63, mánadagog týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 1.november 2005.

    Føroya Lívstrygging hev-ur sett á stovn eitt íløgu-felag. Navnið á felagnumer Íløgufelagið Royndin.Felagið er stovnað viðeinum eginpeningi upp á20 mió.kr. Endamálið viðfelagnum er sum fram-taksfelag at gera íløgur íymisk vinnuvirksemi. Fyriat halda rakstrarútreiðsl-urnar á einum so lágumstøði sum gjørligt, verðurraksturin av íløgufelag-num í byrjanini samskip-aður við rakstrurin hjáFøroya Lívstrygging.

    Í nevndina eru valdPoul Hansen, SúsannaSørensen og Tummas Elia-sen. Stjóri er Tummas Elia-sen.

    Tað er sum ein parturav langtíðaríløguætlaninihjá Føroya Lívstrygging,at Íløgufelagið Royndinverður stovnað. Eins oghjá flest øllum eftirlønar-feløgum er størsti partur-in av íløgunum hjá Før-oya Lívstrygging í láns-brøvum. Tó verða eisiniíløgur gjørdar í partabrøv.Hesin parturin hevur teyseinastu árini verið um-leið 5% av teimum saml-

    aðu íløgunum.Í hesum ár-inum eru íløgurnar ípartabrøv øktar nakað,soleiðis at uml. 8-10% –svarandi til uml. 180 mió.kr.– av samlaðu íløgunumvið ársenda 2005 verða ípartabrøv. Tað snýr segher um altjóða partabrøv,sum øll eru skrásett ávirðisbrævamarknaðum ogtí eru lætt umsetilig oghava eina neyva virðis-áseting.

    Virksemið, sum Íløgu-felagið Royndin kemur athava,vil í stóran mun veraíløgur í partabrøv ogmøguliga sum ábyrgdar-peningur í føroyskumfeløgum, sum ikki eruskrásett á einum virðis-

    brævamarknaði. Hetta erein orsøkin til, at hesinparturin av íløguvirksemi-num hjá Føroya Lívstrygg-ing verður lagdur í eittsjálvstøðugt felag.Á hendahátt fæst ein greiðariskilnaður millum virk-semið hjá Føroya Lívs-trygging og virksemið hjáÍløgufelagnum Royndini.

    Íløguvirksemið hjá Før-oya Lívstrygging er vaks-ið nógv tey seinastu árini,soleiðis vóru samlaðuíløgurnar í 1995 á leið750 mió.kr. og við árs-enda 2005 koma samlaðuíløgurnar at nærkast 2mia.kr.

    Tann peningur, sum verð-

    ur settur í hetta felag, ersostatt uml. 1% av teim-um samlaðu íløgunumhjá Føroya Lívstrygging.Alt í mun til, hvussu stór-ur áhugin hjá vinnulív-inum verður fyri at geranýtslu av hesum tilboðifrá Íløgufelagnum Roynd-ini, verður støða tikin til,um Føroya Lívstryggingskal seta meira pening ífelagið. Tað er sjálvsagteisini treytað av, at íløgangevur nøktandi vinning.

    TTóórrsshhaavvnn,, ttaannnn2200.. ookkttoobbeerr 22000055

    Føroya LívstryggingTummas Eliasen, stjóri

    Tíðindaskriv frá Føroya Lívstrygging:

    P/F Íløgufelagið Royndin

    Býtið av íløgum hjá Føroya Lívstrygging í 1995 og frá 2000-2004

    OnnurLánsbrøv Partabrøv Fastogn Útlán Innlán aktiv Aktiv

    1995 248 15 8 307 159 10 7472000 849 154 14 57 110 8 1.1922001 941 173 14 48 88 12 1.2752002 1.133 76 14 24 157 19 1.4232003 1.338 84 14 36 64 15 1.5532004 1.524 84 14 35 85 20 1.763

    Mió.kr.

    Undirritaði var ein av nýggju, ið hevði eina viðmerking í bløðunum um millumbylgjusendaran. Eg skal herroyna at greina nøkur mál, ið møguliga kunnu misskiljast, eftir at Bjarni Djurholm hevði grein í bløðunumseinasta vikuskiftið.

  • Síða 4 Nr. 353 - 27. oktober 2005Síða 4

    V it hava útgerðina

    Flótitrol

    Rækjutrol

    Høvuðsskrivstova:

    Bakkavegur 22530 FuglafjørðurTelefon 474 200Telefax 474 201

    [email protected] - www.vonin.com

    Botntrol

    Tórshavn:

    Vestara bryggja 12100 TórshavnTelefon 35 43 91Telefax 31 33 19

    Snurpunótir

    Annað

    Aliútgerð

    Tíðindaskriv frá postverkinum:

    Tollfríar gávusendingarvið postinum til FøroyaPostverkið gleðist um, at tað nú hjá kundumber til at senda gávusendingar við virði upp til700 kr. við postinum úr Danmark og øðrumlondum til Føroya uttan at tollur verður lagdurá tær.

    Sambært rundskrivi frá Toll- og SkattstovuFøroya um gávusendingar, eru gávupakkar,hvørs tollur lítið og einki hevur at týða, undan-tiknir tolli og avgjaldi. Heimildin til hettaundantak er í § 6, litra h í tolllógini, jbr. § 27 stk.3 í MVG-lógini.

    Víðari stendur í rundskrivinum:Tollur og av-gjald skal ikki gjaldast fyri vørur, sum verðasendar frá einum privatpersóni uttan fyri Før-oyar til ein privatpersón í Føroyum, tá ið talaner um gávupakkar, og innflutningurin er uttanvinnuligt endamál.

    Innflutningur uttan vinnuligt endamál er atskilja sum sendingar, ið:

    - bert eru av og á, t.d. føðingardagsgáva, jóla-gáva o.t.

    - bert fevna um vørur, ið eru ætlaðar til mót-takaran sjálvan ella familju hansara at nýta,og hvørs eginleikar ella nøgd ikki kunnugeva høvi at ivast í, at innflutningurin ferfram við endamáli, ið ikki er vinnuligt

    - verða sendar móttakaranum uttan at hanná nakran hátt skal gjalda fyri sendingina

    Frítøkan er galdandi fyri vørur, sum íí mmeessttaa llaaggiihhaavvaa eeiitttt vviirrððii áá kkrr.. 770000,, ffyyrrii hhvvøørrjjaa ggáávvuu.. Umvirði á eini vøru fer upp um hesa upphædd,skaltollur og avgjald gjaldast fyri fulla virði á vør-uni. Frítøkan er ikki galdandi fyri vørur suminnihalda alkohol og tubbaksvørur.

    Tað er tó framvegis sera umráðand fyri skjótatollavgreiðslu, at sendarin á eina tollsøgn, sumskal fylgja við postsendingini, skrivar, hvat er ísendingini. Har skal í minsta lagi standa nakaðum nøgd,slag og virðið á innihaldinum.Á hend-an hátt verður tollviðgerðin løtt og skjót.

    Í næst seinasta blaði høvdu vit eina stuttliga mynd frá 1948 av Pola skómakaranum og Berint Gregoriussen.Søgan aftanfyri myndina var ikki minni stuttlig. Hon var í stuttum, at Mats Brisenfeldt og Katrin Johansenvóru hjá fotografi at taka brúðarmynd.Tá vísti tað seg, at pápi fotografin hevði verið í Føroyum í 1948 oghevði tá tikið myndir. Hann tók tvær við sær, sum hann vísti Elmu, mammu Katrin.Tá vísti tað seg, at abbihennara, Poli, var á aðrari myndini.

    Hesa ferð prenta vit hina myndina sum Elma fekk.Tað sær út sum at fólk koma úr kirkju.Hvørji munnu fólkinivera? Latið okkum frætta.

    Hvør kkennir hhesi?

    Í næstum kemur út ævi-søga hjá tí 94 ára gamlaDáva í Tjørnuvík, sumrøkkur frá 1911-1937.Tann sum hevur skrivaðer Sveinur Ísheim Tummas-son.

    Tað er kent, at Dávur ervæl skorin fyri tungu-bandið, men sigast skaleisini, at tað má vera eittótrúligt minni hann hev-ur. Bókin er 240 síður, ogher greiðir Dávur ikkibert frá sínum lívi, menfrá øllum møguligumviðurskiftum í ætt, bygdog annars í sínum øki íNorðurstreymoy.

    Hetta er ein rættiligurdýrgripur hjá teimum,sum hava áhuga fyri slík-um. Ein maður, sum prát-ar so nógv sum Dávur,hevur eisini detaljurnarvið. Og hesar verða meiravirðismiklar at fáa varð-veittar fyri eftirtíðina, enntær verða mettar av sam-tíðini.Tí eru tær ein fong-ur.

    Komið í hálva bókinafer Dávur til skips viðHavgásini úr Vági. Og sofáa vit skipslív og heima-lív, sum tað var hjá so

    mongum, men tó ikki ereins fyri tveir, og tí erhetta eisini áhugavert.Bók-in er skrivað til minnis umtveir vinmenn hjá Dáva.Annar var Poul JohannesDavidsen, sum doyði avtuberklum í 1935, bert 24ára gamal. Og hin var

    Johan Hendrikk Heinesen(Henge), sum druknaðivið Ernestinu í 1930 bert20 ára gamal. Soleiðis varlívið tá. Júst frásøgninaum Henga hava vit havther í blaðnum. M.a. um táfeðgarnir báðir saman viðøðrum hingu í vantunum

    á Ernestinu hesa kava-roks- og ódnarnáttina, teirvóru farnir á eitt sker áSuðurlandinum.So kemureitt óløgi og tekur Hengavið sær. Hann rópar neyð-arróp eftir pápanum, sumeinki kundi gera. Hannrópar aftur: "Pápi kemurskjótt", og hann var eisinitann næsti sum fór. Hettaer bert eitt dømi um taneyð føroyskir fiskimennhava verið í.Tað ber illa tilat ímynda sær, hvat taðmá hava staðið á einumpápa í slíkari støðu.

    Dávur hevur sum aðrirhaft tað buldrasligt á sjó-num. Nakað seint í bókinigreiðir Dávur frá, tá hannvar við "Coraliu" ta tiltikniferðina, teir bjargaðumanningini á "Blithsome".

    Víst dugur Dávur atgreiða frá. Og tað verðurstuttliga at fara at lesabókina í friði og náðum.Tað eru eisini nógvaráhugaverdar myndir íbókini.

    Bókin er eitt virðismik-ið íkast til okkara bygda-og fiskimannasøgu.

    óó..

    Nýggj bók:

    Dávur í Tjørnuvík

    FF-blaðið www.fiskimannafelag.foGerst haldari fyri einans 50 krónur um ársfjórðingin

  • Síða 5Nr. 353 - 27. oktober 2005

    T Ó R S H A V N A R K O M M U N A

    Sambært býráðssamtykt frá 23. juni 2005 skal Eldraráð veljast í Tórshavnar kommunu.

    Eldraráðið, sum hevur 5 limir og 5 varalimir, ráðgevur kommunustýrinum í øllum eldra-

    politiskum spurningum og er bindilið millum teir eldru borgararnar og kommununa.

    Val til Eldraráð er 4. hvørt ár fyrstu viku í oktober, hesa ferð tó síðstu viku í november,

    og situr fyrsta ráðið frá 1. januar 2006 til 31. desember 2008.

    Valevni, sum ynskja at stilla upp, geva skrivliga boð um hetta í seinasta lagi 1. novem-

    ber 2005, kl. 16.00, hjá valnevndarformanninum ella kommununi. Saman við valevnis-

    fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við hjá í minsta lagi 5 stillarum, sum lúka treytir-

    nar fyri valrætti til Eldraráðið.

    Bara valevni, sum rættstundis hava boðað frá, og sum rættstundis hava sent inn

    stillaralista, kunnu verða uppstillað.

    Valevnislistar at fylla út fáast í Snarskivuna ella á heimasíðuni www.torshavn.fo.

    Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin hava fylt 60 ár.

    Atkvøðurætt hava bert tey, sum standa á vallistanum.

    Valið fer fram við brævatkvøðu, og verður atkvøðuseðil sendur øllum borgarum, ið

    standa á vallistanum.

    Brævatkvøðurnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 29. november 2005,

    kl. 12.00.

    Valið verður síðani alment uppgjørt sama dag, kl. 17.00, á torginum í Snarskivuni.

    Um veljari hevur ikki fingið atkvøðuseðil, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal

    sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum.

    Valnevndin fyri Eldraráðið

    www . t o r s h a v n . f o

    Val til eldraráðið

    w w w . F I S K I M A N N A F E L A G . f o

  • Síða 6 Nr. 353 - 27. oktober 2005Síða 6

    Í seinasta blað høvdu viteina manningarmynd av"Fame". Í tekstinum vóruvit ikki heilt neyvir í frá-søgnini um hvør ið átti"Fame". Men í Siglingar-søguni verður sagt, at í1920 keypti Jákup Har-aldsen saman við svág-num Joen Hendrik Olsen,Hendrik á Bug, sluppina"Fame" frá Óla á Mið-gerði. Teir báðir vóru sosaman um "Fame" inntil1942, tá Hendrikur tókseg burtur úr.

    "Fame" var deyðsiglariog fekk sín fyrsta motor í1940, ein 40 hk Skandiamotor, sum var vanlig mo-torstødd tá í tíðini.

    Undir krígnum sigldi"Fame" til bretska markn-aðin við ísfiski, og hannvarð seldur til SigurdSimonsen í 1945.

    Hendrikur førdi "Fame"at siga alla tíðina uttanhendinga túrar, inntil"Kyrjasteinur" kom í 1937,og hann førdi "Kyrjastein"fram til 1940. Teir vórum.a. á sildaveiðu undir Ís-landi og várarnar vóruteir við toskagørnum und-

    ir Íslandi. Jóan Hendrikvar í ræðuliga illveðrinumí 1938, tá "Fossanes" gekkburtur. Greitt er frá hes-um illveðrinum í samrøð-uni vit høvdu við Malm-berg Simonsen í fjørvár.Tá stóð Jóan Hendrik tilróðurs í 3 samdøgur, oghetta merkti hann eisiniaftaná. "Kyrjasteinur" varnýbygningur og var eittframúr framkomið skip íteirri tíðini. Finnur, sonurHendrik, var við undirÍslandi í 1940. Og hannminnist,hvussu íslending-ar tustu umborð at síggjahetta "vidundrið" av ein-

    um skipi. Frá 1946 til1946 var Hendrik besti-maður við Kyrjasteini, ogí 1946 var hann við trolar-anum "Krosssteini", sumJákup Haraldsen átti. Í1947 var hann aftur við"Kyrjasteini", og hann varhelst ikki til skips eftirhetta.

    Jóan Hendrik var fødd-ur 11. juli 1890 við Gøtu-gjógv, sonur Óla Olsen –kallaður Stóri Óli og fyrrukomu hansara Annu Pe-trinu, ættað úr Ólavstovuí Syðrugøtu. Jóan Hendrikvar bert 3 ára gamal, támamman doyði.

    Jóan Hendrik fór til skipsvið "Lauru" í 1907.Skiparivar Petur Christian Peter-sen í Ólastovu í Syðru-gøtu, sum var mammu-beiggi Jóan Hendrik.Hann tók skiparaprógv í1914 og í 1916-18 førdihann "Energy" og í 1919Báradrang hjá Mortensená Tvøroyri og í 1920 seturhann føtur undir egiðborð við "Fame".

    Hendrik andaðist 28.mai 1952.

    Meira um "Fame"

    Jóan Hendrik Olsen.

    Beinleiðis orsøkin til hettaserliga minningarhaldið er,at tað í ár júst eru liðin 60ár síðani bardagin endaði.Tann 5. mai er almennifrælsisdagur Danmarkar,og tann 8. mai gjørdistfrælsisdagurin hjá Europa.Hetta var dagurin, tá iðTýskland gav seg yvir. Umallan heim var 60-ára dag-urin fyri krígslok marker-aður við hátíðarhaldum avymiskum sløgum. Minn-ingarhald vóru til heiðursfyri teir, sum lótu lív í bar-daganum fyri okkara frælsi.

    Í Føroyum fór hesin 60-ára dagurin framvið, uttanat hann í heila tikið varðtikin upp á tungu og uttanat nakað varð gjørt burturúr. Tó skal nevnast, at ís-fiskatúrurin hjá "Jóhonnu",sum fyrst fór upp til

    Íslands at keypa fisk ogsíðan til Aberdeen atselja,var eitt framúr tiltak,sum eisini á ein serliganhátt var eitt minni umokkara fiskimenn, sumsigldu hesa leið undir 2.heimsbardaga.

    Men nú fara vit at roynaat bøta um hetta. Roknastmá við, at teir menn, sumvóru við í hesum hend-ingum, fara at eldast, sospurningurin er,um nakarmerkisdagur verður aftur,har teir allir kunnu veravið.

    Vit hava tískil, samanvið Hini Føroysku Sjómans-missiónini og Føroya Bisp,avrátt, at komandi 1.november, umframt atvera minningardagur fyriteir, sum eru farnir í sín-um virki á sjónum í ár, eis-

    ini skal vera ein serligurminningardagur fyri teir,sum doyðu á sjónum bar-dagaárini.

    Vit ynskja tí henda dagin– 1. november – at bjóðateimum, sum sigldu undirkrígnum, til ein døgurða áSjómansheiminum, HotelTórshavn (sí lýsing á síðu19). Sjómansheimið hevðinevniliga eisini sín týdningsum savningarstað hjáokkara siglandi monnum,tá teir vóru í landi, sumtað eisini hevur verið um-røtt her í blaðnum.

    Skráin er samskipað, sotað skal liggja fyri at veravið til øll tiltøkini.Vanligaminningarhaldið, sumplagar at vera á sjómans-heiminum, er hesa ferðflutt frá at vera kl. 10 til atvera kl. 15. Her fara Heri

    Joensen, prestur og løg-maður at halda røður.Aftaná verður farið niðantil minnisvarðan í viða-lundini, har løgmaðurleggur krans.Hesin minnis-varðin er júst reistur fyriat minnast teir, sum doyðuá sjónum undir krígnum,og nøvnini á teimumstanda á minnisvarðan-um. Í ár eru annars 50 ársíðani at hesin minnis-varðin varð reistur.

    Eisini verður høvi atfara til minningargudstæn-astu í Havnar Kirkju, sumeisini verður merkt avteimum 60 árunum síðankrígslok.Tað verður Berg-ur Debes Joensen, sumfer at prædika.

    Aftaná gudstænastunaverða øll kirkjufólkini boð-in oman á sjómansheimiðtil ein drekkamunn. Vithalda hetta vera eitt áhuga-vert tiltak, og vit vóna, atflestir av okkara gomlukrígssiglarum fara at møtasaman við konum.Einkjureftir teir, sum eru farnir,eru eisini vælkomnar.

    Vit royna eisini í hesumblaðnum at gera nakaðburtur úr hesum. Vit faraat prenta nøvnini á øllumteimum, sum mistu lívið á

    sjónum undir bardagan-um. Hetta er eitt skakandihøgt tal, nevniliga oman-fyri 200 mans í besta aldri.

    Tilfar umbardagatíðinaVit hava eisini annað tilfarfrá hesi tíðini.Tilvildarligahava vit júst í blaðnum ídag annan part av frásøgnhjá Sofus Poulsen – okkara"gamla" umboðsmanni íAberdeen – um júst hesatíðina.

    Annars hava vit í árhavt nógv tilfar um bar-dagaárini.Hetta tilfar stav-ar fyrst og fremst frá okk-ara luttøku á minningar-haldinum í Newcastletann 8. mai fyri danskarog føroyskar sjómenn,sumfórust undir krígnum. Vithava havt frásagnir frábæði donskum og føroysk-um sjómonnum, og tærvísa á, hvussu ótrúligavandamikil henda siglingvar, og eisini á, hvussu taðsum við einum undri eydn-aðist mongum sjómanniat verða bjargaður. Menfyrst og fremst síggja vit,at her hevur verið talanum menn í orðsins rættatýdningi.

    Afturat hesum høvdu

    vit í summar eina hugvekj-andi frásøgn hjá HonnuBen Yami, ið vaks uppsum týskur jødi í Berlin ínasistatíðini. Hon greiddisera væl frá muruni ínasismuni frá tí hon minn-ist og inntil hon sjálv fekkferðaboð til Auschwitz ogvarð bjargað av einumeingli,sum hon sjálv tók til.

    Vit hava eisini seinnuárini havt fleiri frásagnirum, hvussu fólk upplivduhesa tíðina í Føroyum.Vithava tosað við menn, sumsigldu undir krígnum, vithava tosað við konur, sumvóru heima. Vit hava tos-að við mann, sum var viðí danska frælsisbardagan-um. Vit hava greitt fránorðmonnum, sum komuhigar, tí teir flýddu undantýskarum o.s.fr.Vit hava áhendan hátt kunnað giviðeina rættiliga livandi myndav, hvussu hendan tíðinvar.Og vit hava enn meiratilfar eftir, sum ikki hevurverið frammi fyrr.Tey, sumhava áhuga fyri hesumtilfari, sum annars eisinifinst á okkara heimasíðu,kunnu siga okkum frá.

    Í komandi blaði fara vitat greiða frá minningar-haldinum.

    60 ár síðan bardagalok:

    Krígssiglarar verða bodnir til døgurðaSum greitt frá aðra staðni í blaðnum, verður komandi minningardagur teirra sjólatnu, 1. november, eisini ein serstakur minningardagur fyri teirav okkara sjómonnum, sum lótu lív undir 2. heimsbardaga 1939-45.

    Góð reklama fyriAtlantic AirwaysVit rendu okkum fram á hendan stubban í Jydske Vestkysten20. september. Vit halda, at hann talar fyri seg.

  • Síða 7Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Steffan varfiskimaðurBrynhild var gift viðSteffan Absalonsen. Undirkrígnum var hann við"Svínoynni". Teir fiskaðiog sigldu niður við fiski-num. Skipari var JohanPurkhús, sum var verson-ur reiðaran, Jens KlæmintIsaksen. Steffan upplivdiikki nakra serliga vanda-støðu í hesi sigling.

    Men hjá teimum, sumvóru heima, var einstøðugur ótti fyri, hvat iðkundi henda. Tað vórujavnan týsk flogfør sumflugu yvir bygdini, ogstutt var millum boðinium, at skip vóru farin,ofta saman við manning-ini ella parti av henni.Álvarsemið merktist eis-ini hjá teimum, sum sigl-du. Eina ferð Steffan satog las "Víkingasynir", sumvar um lagnuna hjá før-oyskum sjófólki undirkrígnum og við myndumav teimum, sum lótu lív,helt hann fyri, at herkundi hansara navn einsvæl staðið! Hann hevði júverið saman við fleiri avteimum, sum fórust.

    Kríggið endaði nakr-ar tímar ov tíðliga!Teir forvunnu nógv viðhesi sigling. Summir túrirvóru serliga góðir. Egminnist, at tá kríggið heltuppat, tá var "Svínoyggin"akkurát farin niður atselja.Tað var gott marked,teir komu til, og teir rokn-aðu við einum góðumtúri, tí teir høvdu fiskaðskjótt. Teir vóru byrjaðirat selja, men júst tá komfráboðan um, at týskararhøvdu yvirgivið seg. Tágjørdist ein slík frøi áfólki, at alt steðgaði upp,og prísurin gjørdist meiraat kalla vánaligur. Hevðibardagin vart bert nakrartímar afturat, hevði túrur-in verið nógv betri.

    Eitt summarið var Steff-an uppi á Norðlandinum íÍslandi til sildafiskarí við"Svínoynni". Hetta var í1944, og hann var burturalt summarið. Hetta vareitt gott ár. Hann var eis-ini tveir túrar við "gamla""Skálabergi".Gamli Mortanførdi hann tann fyrra túr-in og Kaj tann seinna.

    Sá tá jólaskipið fórBrynhild minnist sera væltil, tá jólaskipið fór sunnu-dagin 7. desember 1941.Hetta man vera ringasta

    veður, hon hevur uppliv-að. Tað var so sera gottveður leygardagin. Sjógv-urin var so penur ogslættur. Tað var snakkaðum tað, at tvey skip vórukomin inn á Eiðsvík. Teirvóru komnir har, ogveðurlíkindini vóru ring.Tað brast á og gjørdist eittøgiligt illveður tað leygar-kvøldið. Knappliga skiftihann ætt. Tá tað var sonógvur vindur og regn,hann lá fyrst í tað vestaravindeygað. Tá ljóst varmorgunin eftir, sóu vit,hvussu skipið lá og bólt-aði har í Fugloyarfirði.Taðvar syndarligt at síggja.Av-standurin er sjálvsagt nak-að stórur, men tað varógvusligt at síggja. So sigieg einaferð, at nú misti egtað úr eygsjón.Tá minnisteg, at Steffan segði, at núhelt hann, at tað sakk.Tíð-indini um vanlukkunafrættist rættuliga skjótt.Nógv fólk høvdu sæð, ogtelefon var jú tá.

    Minan brastAnnars merktist ikki nógvtil kríggið á Viðareiði,mentýskir flúgvarar flugu oftauppi yvir. Ein flúgvarirendi einaferð á inni íViðvík, og vrakið av hon-um hevur ligið har. Einmina brast einaferð eyst-uri í Eiðsvík. Hetta vareftir at kríggið var av.Taðvar ein ræðuligur brestur.Tað komu nógv "flóttar-fólk" til Viðareiðis úr Klaks-vík, sum var eitt meiraupplagt bumbumál hjátýskarum.

    Fyri mær var øll krígs-tíðin sera óhugnalig, taðkann eg siga. Tað vórunøkur hús, sum høvduradio og inni har flokkað-ust fólk fyri at hoyra tíð-indini. Prestur plagdi atvera tíðindaberari.Tað varCarlson, hann var dani.

    "Sea King"Einaferð hildu tey Fríðrik,beiggja Steffan,vera burtur-gingan.Tað var undir kríg-num, sum jú var ein synd-arlig tíð. Fólkið heima bíð-aði og bíðaði eftir einumskipi, til øll at enda mistumótið. "Sea King" var ikkikomin aftur í aftur aftaná4 vikur á einum túri, sumvanliga tók eina viku. Soher var øll møgulig orsøktil at óttast tað ringasta.

    "Sea King" var farin nið-ur at selja.Teir høvdu tik-ið fisk her í Føroyum.Hetta var fyrst í 1942beint eftir nýggjár. Teirvóru ongantíð komnirfram til Onglands, harfiskurin skuldi seljast. Taðbleiv so leingi, man frættieinki, og kríggj var, og taðvar einki hop um nakað.Rikka, konan, var á Viðar-eiði. Fríðrik hevði annarshús í Klaksvík, men fluttitil Viðareiðis, tá kríggiðkom. Her var tryggari.Teyáttu trý børn og tey vóruat vera hjá foreldrunumhjá Rikku, Juliusi ogSannu Margretu.

    Rikka hevði púra mistmótið um, at teir fóru atkoma aftur. Eg minnist, atSteffan segði hendan morg-unin, at "eg havi nú vænt-að, at teir fóru at komaaftur. Men nú haldi eg, attað er býtt at blíva við atrokna við, at tað hendir".Hann hevði droymt okk-urt, sum fekk hann athalda, at teir vóru til.

    Tað vísti seg, at skipiðhevði fingið ein stóransjógv, og sjógvur var kom-in í maskinrúmið, so mo-torurin var steðgaður, ogskipið hevði rikið fyri vágog vind í ringum illveðri.Teir lógu har og róku ogvistu ikki, hvar teir vóru.Har vóru bæði minur ogflogfør. Eingin hevði gjørtteimum nakað.Teir komueinaferð so nær, at teirsóu land. Og tá vóru teirnorðanfyri Føroyar, ogteir kendu Mýling. Teirhøvdu so mikið av motor-kraft, at teir fingu siglt inná Vestmanna.

    Steffan og eg fóru einiørindi tað kvøldið. Támøttu vit konuni, sum

    hevði telefonstøðina.Hon steðgar á ogsigur, at nú fari egeystur til Rikkuat siga henni, at"Sea King" er kom-in á Vestmanna.Hetta vóru góðboð.Men vit stóðusum negld. Hettavar sum at fáa boð um, atonkur var risin upp frádeyðum. Mamma hansaraplagdi seinni at taka til:"Tað var hinaferð Fríðrikvar deyður". Soleiðis føldihon tað.Jóannes hjá Gynnuhevði givið tey boðininorð, at teir vóru komnirá Vestmanna, og tað stóðvæl til hjá teimum øllum.Vit fóru so oman tilmammu hansara at sigahenni frá. Hon vildi ikkitrúgva tí, hon var meira atkalla illfør, tá hon segði:"Tit mugu ikki koma atfortelja tíðindi sum ikkipassa". Eg minnist, at hontveitti seg á síni knø atbiðja um, at hesi tíðindivóru røtt. Hon hevði fyrrfingið líknandi tíðindi sumikki passaðu.Absalon tann

    yngsti beiggin var inni.Hann var altíð so stillur ítí. Hann segði seinni, athetta ljóðaði eisini ógvu-liga ótrúligt fyri sær.

    Vit fóru ørindi heim áBrekkumørk og fóru soinn aftur, tá vit komu eyst-uraftur. Tá sat Rikka har.Hon hevði fingið tele-gramm frá Fríðriki og varkomin heim til vermamm-una at siga frá. Tá sigurAbsalon: Ikki trúði eg tí,fyrr enn eg sá telegramm-ið: "Komnir á Vestmanna.Hava tað allir gott".

    So tað kundi sanniligavera dramatikkur eisini hjáteimum, sum vóru heima.

    Øll frásøgnin hjá Bryn-hild finst á okkara heima-síðu, bløð nr. 314 og 315.

    Soleiðis var at vera heima:

    Tá Fríðrik var deyðurMeðan menninir sigldu vóru konurnar heima. Hvussu hetta kundi vera greiddi BrynhildAbsalonsen av Viðareiði frá í eini samrøðu, vit høvdu við hana í fjør. Vit endurgeva eitt brotúr samrøðuni við hana, og lýsir hetta, hvussu ein kona kundi upplivað bardagaárini.

    Fríðrik var hildin atvera deyður, men…

    Brynhild Absalonsen.

  • Teir síðstu dagarnir ímars, tá ið eitt skip fyri ogannað eftir kom inn ogsegði frá, at tað hevðifingið skaða av flúgvara-álopi, steðgaðu nógv skipá Tórshavn, og spurning-urin var nú, hvat ið var atgera.Skuldi siglast ella ikki?

    Hin 27. mars vendirlandsnevndin sær til bret-ar í Føroyum við bøn umat tryggja siglingina hjáføroysku skipunum.

    Fiskivinnufeløgini hugs-aðu sum landsnevndin, atumráðandi var at tryggjasiglingina so væl sum gjør-ligt,og fyri sum skjótast atfáa eitt úrslit hesum við-víkjandi sendir FøroyaSkipara- og Navigatørfelaglandsnevndini eitt brævhin 30.mars.Í hesum bræviverður víst á, hvussu skip-ini teir síðstu dagarnarhava verið álopin frá týsk-um flogførum, og sigateir, at tað – sum satt var –vildi verið ræðuligur skaði,um vit nú skuldu mist ístutta tíð meginpartin avskipum okkara og nógvgott mannskap. Teir vísaá,at forboð er sett íslendsk-um skipum fyri at sigla, tilnærri greiði fæst á viður-skiftunum. Teir heita tí álandsnevndina um at fáaeina líknandi skipan herhjá okkum.

    Tað bar jú ikki so væl tilí krígstíð at seta hervald-inum fyri, hvat ið gerastskuldi; men sjómenn okk-ara hugsaðu sær, at taðkanska var gjørligt,at bret-

    skir jagarar javnan fluguyvir siglingsleiðina, atsmærri krígsskip og kav-bátajagarar sigldu nógvhesa leið, ella at tey føroy-sku skipini sigldu í kon-voy og høvdu góða verjuvið sær.

    Hin 31. mars verðurfundur hildin í Havn. Harvar til staðar landsnevndin,amtmaðurin, fiskivinnu-feløgini og reiðarafelagið.Úrslitið av hesum fundivar, at fiskimenn fingutrygging fyri, at teir fyrihvørja ferð til Bretlands íminsta lagi skuldu fáa 500kr. í løn.

    Men nøkur avgerð, sumforðaði skipunum í at sigla,varð ikki tikin.

    Bretar lovaðu, at hvat iðgerast kundi, skuldi verðagjørt fyri at tryggja sigl-ingina hjá teimum føroy-sku skipunum, men stórtmeira kundu teir rímiligtikki siga í krígstíð.

    Avgerðin løgd íhendurnar á teimumsum siglduLandastýri okkara vildi ikkitaka ábyrgdina fyri atsteðga siglingini.Avgerðinvar løgd í sjómansins hond.Hann var tann,sum skuldifara, um farast skuldi, ogtá ið nú eisini avgerðinum sigling ella ikki siglingvar løgd á hansara herðar,var Føroya fólks lagna íbardagatíðini løgd í sjó-mansins hendur.

    Í hesum døgum ginguFøroya skiparar og fiski-

    menn álvarsamir,hugsaðuaftur og fram:Skal eg fara?Ella skal eg ikki fara? Í ein-semi og tøgn varð avgerð-in gjørd.

    Hvat ætlar tú? varð oftaspurt í teimum døgum

    Tá ið mest stóð á, søgduí framtíðini ónevndir ogókendir føroyskir sjómenn:Vit fara!

    Føroya sjómenn tóku av-gerðina, teir tóku eisinistoytin, teirra er tann heið-ur, sum Føroyar komu útúr krígstíðini við.

    Eitt skipið fyri og annaðeftir fór.Verjuleysir at kallasigldu Føroyingar júst har,sum heimsins størsta sjó-kríggj helt á næstan 6 ár.

    Hjá monnum, sum skul-du sigla millum Føroyar,Bretland og Ísland í krígs-tíðini, var umráðandi athava grunn og skjótførskip við lítlum rigningi ogongum seglum, skip, iðvóru væl vápnaði.

    Eitt grunt skip kundi –um tað kom inn í minu-settan sjógv – sigla óskatttvørtur yvir minunum.

    Eitt skip við góðari ferðvar ført fyri at sigla landúr landi í myrkri, tá náttinvar long, og bar ein kav-bátur eyga við tað, máttihann vera nakað beintfyri tí, um hann lætt skul-di koma tí í skotmáli.

    Jú meiri ferðin var, tessstørri grøvan varð frá skip-inum,og tess lættari tveittibrotið eina leysa minu solangt frá bógnum, at honikki bar við.

    Tá loftálop kom – ogtað var mangan – var tíólíka lættari at skákasær undan flúgvara ogbumbum við einumskjótførum, grunnumskipi enn við einumdjúpum skipi, sumhevði lítla ferð.

    Hjá teimum, sumsigldu um høv í krígs-tíðin í friðarørindum,var umráðandi at faraso ósæddur sum gjør-ligt, og nógv er í mill-um,at eitt skip við høg-um rigningi sæst long-ur, enn eitt við lágum;eru tá eisini segl sett,sæst skipið so avbera langt,og tað væl.

    Spyrt tú nú,hvussu nógv-ar av hesum dygdum teyføroysku skipini høvdu,verður svarað: Onga!

    Tey føroysku skipini erudjúp, hava høgan rigningog lítla maskinu og megatí nýta segl.

    Skip okkara vóru ætlaðtil snørisfiskiskap, og tilhetta brúkið er eitt djúptskip eitt gott skip, eittgrunt skip ringt skip.

    Í stilli, á sløttum vatnisigldu tey flestu føroyskuskipini einar 5-7 sjómíl viðmotori. Í mótvindi og ill-veðri var hann hentur atstyðja skipið, men tá nak-að av vindi var ímóti, fórlítið og einki fram; tí varofta neyðugt at seta segl.Umráðandi var jú at komaá marknaðin við fiskinum,áðrenn hann var spiltur.Men at seta segl var mang-

    an tað sama sum at havaupp á mastur fyri týskinum.

    Tá ynskt vareftir illveðriUm tað so var jólanátt,varhon næstan øllum nógvov stutt at sigla land úrlandi í myrkri. Sá ein kav-bátur eitt føroyskt skip ogætlaði tí ilt, kundi hannvið vissu siga: Hond er, iðhevur; tí aftur fekk hanntað altíð.

    Í friðartíð heldur sjó-maðurin myrkrið veraódámligt, mjørkin er tvør-ligur,ódnarveður kann veravandamikið, og kavarokræðist hann, tá skip ellaland er í nánd. Men tá iðFøroyingar í krígstíðinihildu í havið, ynsktu teirlanga nátt, nógvan ogtjúkkan mjørka, kavarokog illveður, tí tá fekst ikkiso lætt eyga á teir.

    Umhugsan og avnoktan

    kostaði tað tí einstaka sjó-manninum at siga:"Eg fari!"Viðhvørt merkti hendaavgerð at fara og ikki komaaftur; tí álopini vóru jøvneina tíð. Føroyum kostaðihenda sigling nógv góðskip, og av hesi siglingmistu vit so nógv fólk, atlondini, sum vóru bein-leiðis uppi í bardaganum,mistu ikki meira.

    Føroyar mistu 20 skip íárinum 1941.

    Annars hava vit fingiðupplýst, at tilsamans vóru4.000 mans, sum siglduundir krígnum í styttri oglongri skeið. Teir mann-aðu 187 skip og gjørdu30.000 túrir. Tað eru ikkimeira enn 10-15 ár síðani,at tað eydnaðist teimumat fáa rætt til krígspen-sjón. Tann sum var frem-sta ímyndin av hesum av-riki var Knút Nolsøe áTvøroyri.

    Síða 8 Nr. 353 - 27. oktober 2005Síða 8

    Vitja eisini heimasíðuna hjá Føroya Fiskimannafelag: www.fiskimannafelag.fo

    Hin ónevndisjómaðurinAftaná bardagan gav táverandi próstur og seinni varabispur Jákup Joensen út bókina"Víkingasynir", sum er um lív og lagnu hjá okkara sjófólki bardagaárini. Vit endurgeva eittkapitul úr bókini sum snýr seg um dapra árið 1941.

    Jákup Joensenskrivaði bókina"Víkingasynir".

  • Síða 9Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Framhald á næstu síðu

    Samrøða við Sofus Poulsen – 2. partur

    Býdrongur hjáHans JoensenSofus fer úr Gøtu til Havnar at ganga í skúla. Síðan fer hanntil Klaksvíkar at búgva. Og so endar hann í Aberdeen.Álop – meðan viteru í torvi Eg minnist fleiri luftálop.Tey vóru oftast í Havn ogá Skálafjørðinum, tí harlógu altíð krígsskip.

    Eg minnist, at ein tanga-bátur lá fyri akkeri yviriav skipasmiðjuni á Skála,tá eg og abbi einaferðfóru norður í Boð at beratorv úr tí ovari krónni ogoman í krónna á bakkan-

    um. Stríðið var nógv at fáatorvið til hús. Seinni, tá iðviðraði, fekk abbi ein báttil láns av Skipanesi og far-ið varð norður í Boð, hartorvið so bleiv fylt í sekk-ir, sum síðani vóru laðaðirí bátin. Fyrst á miðjuni, soframman og aftan á bát-inum. Millum stakkarnarav sekkum var pláss atrógva.Øll máttu sita pinnastill, so at báturin ikki

    skuldi rulla og taka sjógvinn, fríðborðið var bertnakrar fáar tummar. Tá iðvit vóru komnir á Skipa-nes,kom ein lastbilur eftirtorvinum og koyrdi taðyvir til Gøtu.

    Tað var ein heystardag,at vit bóru torvið oman.So hoyri eg nøkur "bunk",sum tá ið bumbur verðakastaðar. Eg sigi við abba,at nú eru teir aftur eftir

    "Caroline Thorden". Hettavar ein finskur dampari,sum var á veg til USA við"newsprint" pappíri ognøkrum ferðafólkum.Honvar sett upp á land norð-uri í Sundalagnum. Teirhøvdu fingið frítt at fara –frá bæði týskarum og teim-um sameindu – men hó-ast hetta bleiv hon bumb-að av týskum flogfari, tá iðhon lá í Nólsoyarfirði. Eld-ur kom í lastina og skipiðbrendi í fleiri dagar. Nøk-ur av teimum umborðver-andi doyðu og onnurfingu skaða. Eg búði íHavn tá og var á keiuni, táið "Streymur" kom viðfólkinum. Reyða Krossambulansurnar hjá her-monnunum fingu ikkikoyrt fyri fólki, sum varkomið oman á keiuna.Teirnoyddust tí at rópa "luft-alarm", fyri at fáa fólkið atrenna burtur av keiuni, soambulansurnar kundusleppa at koyra skaddufólkini á hospitalið.

    Vit eru nú aftur norðurií Boð, og eg hoyri eittkraftugt surr aftanfyrimeg. Omma hevði sæðflúgvaran koma lágt yvirsjógvin inn eftir víkini, ogso upp um fjallið, og táfara skjútsini á Skálaland-inum at skjóta eftir flog-farinum, og granatirnarbrustu rundan um meg.Eg rann yvir undir steinar-nar at kroka. Tað var har,vit annars plagdu at fáaokkum ein drekkamunn.Tá ið flúgvarin so kemurhinumegin fjørðin, verðurskotið frá Skipanesi ogSøldarfirði, og hann fer soyvir ímóti tangabátinum,sum lá fyri akkeri á fjørð-inum. Skjúttin umborð átangaskipinum skjýturfyrst tvær ferðir eftir flog-farinum, og so skjýturflúgvarin tvær ferðir mótitangabátinum. So varðikki meira skotið teirramillum. Flogfarið kastaðibumburnar niður, og taðvar eitt slíkt rok, at eghelt, at tangabáturin varsokkin. Men tá avtornaðifleyt hann framvegis.Morgunin eftir fáa vit atvita, at skjúttin umborðvarð dripin.

    Tjúgu ár framNú fari eg at leypa tjúguár fram í tíðina. Eg var tá áUmboðsstovuni í Aber-deen.Tá kemur ein maðurog bankar uppá.Tann dag-in var seyðamarknaðar-dagur, og hann hevði einfjallstav í hondini. Hannsegði seg vera seyðabóndanærhendis Scrabster. Sosegði hann,at beiggi hans-ara doyði í Føroyum undirkrígnum. Sjálvur livdihann ikki heilt væl. Hannátti eina systur, sum var álívi, og tey bæði vildu feg-in vita, hvat ið var hentvið beiggjanum.Tey høvdubert fingið eitt stutt fjarritvið boðum um, at beigginvar "killed in action". Taðvar ikki loyvt at sigameira, tí fíggindin máttiikki fáa at vita meira ennneyðugt. Hann fortaldi, atbeiggin var í flotanum ogtá eg spurdi nærri, greiddihann frá, at beiggin varein "gunner",kanónskjútti.Eg spurdi, um hann sigldi

    við einum tangabáti. Svar-ið var: "Jú, júst tað." Tákundi eg greiða bónd-anum frá, at eg hevðisjálvur sæð tilburðin, ogeg kundi váttað, at beigg-in veruliga var deyður íeinum samanbresti.

    Tá ið eg komið omanaftur í fjøruna, stendurabbin har og skimast uppí luftina. Eg bað hann fyrialt í verðini um at leggjaseg niður. Annars var taðeitt annað flogfar, sumdatt niður í Gøtu, menhetta er ein søga, sum eralment kend.

    Ein annar torvdagurVit, Sanna fastur, John ogeg fóru frá húsum uml. kl7 á morgni og gingu umfjall yvir í Boð. Vit skuldubera burtur og vóru haryviri allan dagin. Veðriðvar gott, og onnur gøtu-fólk vóru eisini har á leið.Ein teirra var Hans Davidá Skansa, sum fyri stuttumer farin. Sum ikki einaferð

    Sofus sum slóttumaður. Her saman við ommu síni Magninu og børnunumCharles, Marjun og Danny.

    Hetta er steinurin norðuri í Boð, har Sofus krokaði, tá luftkanónirnar áSkálalandinum skutu eftir týska bumbuflogfarinum, sum kom inn eftirGøtuvík, og so niður á Boð, har Sofus og abbi hansara bóru torv oman ábakkakrógvina um heystið 1941.

    Hendan myndin í seinasta blað skal hava hesarætting: Kisturnar eru tiknar umborð á Pride.Og kvinnurnar á myndina er t.h. Suffía Greger-sen, dóttir Poul Chrisoffer Poulsen og t.v. Sanna,dóttir Dánjal Poulsen.

    Sofus.

  • Síða 10 Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Framhald á síðu 15

    í Føroyum køvdi hann avvið mjørka, nakað áðrennvit vóru liðug. Sýnið varbara nakrar fáar favnar,men tá ið vit vóru liðug,fóru vit til gongu upp áfjall og hittu Hans David,sum helt, at vit áttu atbíða eftir honum, til hannvar klárur at fara heim.Tað var hættisligt at faraeinsamøll í hesum mjørk-anum, men vit hildu, at vitfóru nokk at klára tað oghildu leiðina fram.

    Stilli var og vit kundu,sum oftani í mjørka,hoyradreingir uppi í haganum íSøldarfirði rópa sínámill-um um, at teir høvdufunnið eitt krákureiður.Hans David hevði hoyrtokkum trý tosa saman oghevði rópt eftir okkum,men vit høvdu ikki hoyrthann. So merkiligt kanntað vera í mjørka, at einkann hoyra ljóð langtburturi men ikki tey, sumeru nærhendis.

    Tá ið vit høvdu gingið íumleið hálvanannan tíma,hoyrdu vit likkur. Eg heltfyri, at likkur skuldu ikkiverið við liðið. Tað erportrið, har neytini vórulatin inn og út í haganmorgun og aftan. Núklárnar eitt sindur í, og vitsíggja sjógv. Her var okk-urt galið, tí sjógvur vareingin uppi í Gøtuhaga,og so síggja vit ein stóran

    reyðmálaðan steyra viðeinum rundum træmerki íerva. Hesi vóru naviga-tiónsmerkir, sum bretskakrígsmarinan brúkti, tá iðtey komu inn á Skálafjørð-in, sum bretar kallaðu"Little Scapa Flow" eftirkendu flotahavnini í Orkn-oyggjum. – Teir hildunevniliga, at fjørðurin vargóð flotahavn. – Hesirsteyrar vóru settir uppymsastaðni runt um áfjørðinum, og eg visti, at

    eitt bretskt "survey" shipvið stórum krána framm-an hevði mált fjørðin uppog sett hesar upp. Samaskip hevði eisini lagt kav-bátanet tvørtur um inn-siglingina til Skálafjørðin,so at týskir kavbátar ikkiskuldu kunna sníkja seginn at søkkja krígsskip,eins og teir høvdu gjørt áScapa Flow í Orknoyggj-unum. Her høvdu teirsøkt stóra slagskipið "Roy-al Oak", og 800 av mann-ingini druknaðu.

    Men hjá trimum troytt-um torvfólkum var hesinnavigatiónssteyri ikki tilnakra gleði, tí nú vistu vit,at vit høvdu gingið í einstóran runding í meiraenn ein tíma og vóru bertkomin uml. 300 meturoman frá, har vit høvdustríðst allan dagin í torvi.Nú noyddust vit so at faraeftir gøtuni suður á Gøtu-eið, og so eftir vegnumoman til Syðrugøtu, hagarvit komu troytt og móðumleið kl 22, og ommanvar sjálvandi glað at síggjaokkum, tí hon var blivinbangin um okkum. Bertspell at vit ikki høvdu giv-ið okkum tíð at bíða eftirHans David.

    Aftur fram í tíðinaNú fara vit aftur nógv árfram í tíðina. Eg eri í Skot-landi og á Umboðsstov-uni.Vit bæði,konan og eg,vóru farin ein biltúr einsunnudag seinrapart ásumri uml. 1990 ogkoyrdu til Collieston.Hetta er ein lítil gomulbygd, við eini lítlari vík,nakað á stødd sum helvt-in av Syðrugøtu. Har vóruumleið 20 útróðrarbátar,áðrenn trolararnir komutil Aberdeen fyri 150 ár-um síðani. Sólin skeinbæði oman og niðan, ogvit parkeraðu bilin niðri ákeiuni. Nakað seinni sá egtveir slóttumenn sláa gras-

    ið uttanfyri garðin á ein-um stórum húsi, nakaðmiðskeiðis í bygdini í tílægra partinum av bygd-ini. – Hús standa eisiniomanfyri við útsýni niðuryvir víkina. – Sum oftanifyrr tá ið eg hitti slóttu-menn, sum familjan hjámær eisini væl minnist til,fór eg yvir til teirra ogspurdi, um teir vildu havahjálp.Teir blivu vist bilsn-ir, tí slíkt vóru teir helstikki vanir við.Annar hand-aði mær líggjan – klossutskotskt orv. Eg byrjaði soat sláa, men illa gekst. Egspurdi, um teir høvdu eittcarborundum brýni. Jú,tað høvdu teir, eg brýndiso líggjan.Tað dugdi eg, tíabbi hevði gjørt mær eittorv, tá ið eg var 7 áragamal, og hann lærdi megeisini at brýna. Tá ið eghevði sligið nakrar líggja-skógvar, og eg føldi atdrobblørður vóru við atkoma, gavst eg at sláa,men hvesti báðar líggjar-nar hjá sláttumonnunum,sum vóru fegnir um at fáahvassar líggjar at sláa við.

    Nú kemur ein eldrimaður við leðurkaskettioman til okkara. Hannspyr, hvussu tað bar til, ateg dugdi at hjálpa slóttu-

    monnum hansara at sláa.Eg segði sum var, at egfekk líggja frá abba mín-um, tá ið eg var 7 ára gam-al, og at hetta var í Føroy-um. So segði eg, at eg varumboðsmaður Føroya íBretlandi. Hann sigur so,at hann hevði verið í Før-oyum beint eftir, at oyggj-arnar vórðu hersettar avbretum. Eg spurdi so, umhann var hermaður, in"the army". Nei, hann var"Captain of a Survey Ship".Hann nevndi navnið"Franklin" og segði, athann hevði mált uppSkálafjørðin og lagt kav-bátanetini. Eg spurdi so,um hann hevði verið afturí Føroyum síðani. Nei, taðhevði hann ikki. Eg spurdiso um navn og bústaðhansara, so eg kundisenda honum upplýsanditilfar og sjónband um Før-oyar í dag. Hann skrivaðiso hetta í mína lumma-bók. Maðurin var RealAdmiral Sir Ritchie, reti-red (eftirløntar). Mundivera um 80 ára aldur tá.Egsegði honum, at eg mint-ist til skip hansara, sumhevði stóran krána framm-an, men navnið mintist egikki. Eg sendi honum til-farið um Føroyar, og hann

    sendi mær ymiskar botn-tekningar av Skálafjørð-inum o.a. Ja, sum man sig-ur, "it is a small world".

    Seinni fekk eg eina bókfrá soni mínum,sum hannhevði funnið, har AdmiralRitchie hevði skriva umsína lívssøgu í bretskumarinuni. Har var bæðisagt frá um Føroyar ogum arbeiði hansara í vest-ur Afrika. Sanna fastur vitj-aði eisini Collieston, tá iðhon var á vitjan í Skot-landi í 1999.

    Í skúla í HavnFyrst undir krígnum búðieg í Havn, tí fosturpápimín fekk arbeiði hjáHelgason og Melsted – iðvar ein íslendsk heilsøla.Eg gekk fyrst í kommunu-skúlanum og seinni í Real-skúlanum. Vit vóru íHavn, tá "Lincoln City"varð søktur. John varðstaddur niðri hjá Rubbek,tá ið týska flogfarið kast-aði torpedoirnar. Hannkavaði undir ein bil hjáValdemar Lützen, meðanalt rokið var. ValdemarLützen var bretskur kons-ul tá.

    Lærararnir, sum vit høv-du í kommunuskúlanum,vóru Zacharias Sørensen,

    Millum teir løgmenn, sum Sofus hevur verið saman við í Bret-landi, er Pauli Ellefsen. Her hittast teir á 50 ára starvsdegnumhjá Sofus 28.6.1998. Í miðjuni er Nessie kona Sofus.

    Sofus við sínum systkjum í 1940. Sofus situr niðri, John stendur,og tann minsti drongurin er hálvbeiggin Gudmundur.T.h. erÓluva og t.v, hálvsysturin Marjun.Tann yngsta systirin Ruth varfødd í 1943.

    Fosturpápi Sofus, John Johannesen.

    Hetta er brúðarmynd av bretska konslinumFrederic Mason. tá hann giftist við donsku Karen.Amtmaðurin Hilbert t.h. var forlovari. Hinir báðirá myndini Husted-Andersen, sakførari og AkselJørgensen, stjóri á Balslev. Her síggjast hermenn marsjera í Havn.

  • Norges Fiskarlag heltlandsfund í Trondhjem ídøgunum 7.-9. oktober.Samband hevur veriðmillum norska felagið ogFøroya Fiskimannafelagsíðan 1961, tá NorgesFiskarlag luttók í 50 árahaldinum hjá FF. Síðani táhevur FF verið boðið atluttaka á landsfundum hjáNorges Fiskerlag, og taðvóru vit eisini hesa ferð.Umboð felagsins var for-maðurin. Aðrir fremm-andi gestir vóru umboðfyri fiskimenn í Danmark,Svøríki og Írlandi.

    Norges Fiskerlag er bygtupp á ein øðrvísi hátt enntað vit kenna til. Sigastkann, at Norges Fiskerlager eitt meginfelag fyriveiðuliðið í Noregi. Felag-ið er stovnað í 1926, oggrundarlagið er fyrst ogfremst lokal útróðrarfeløgkring landið, sum so aftureru savnað í fylkeslag, ellaøkisfeløg. Hesi eru feløg,sum eisini umboða teir,sum eiga bátarnar eins ogokkara útróðrarfeløg gera.Men umframt hetta ernorska reiðarafelagið fyrihavfiskiflotan, Fiskebåt-rederens Forbund, eisinivið í Norges Fiskerlag.

    MótstríðandiáhugamálMen tað eru nú eina ferðmørk fyri, hvussu nógváhugamál kunnu savnastundir einum hatti, tí íNoregi eru nógv mót-stríðandi áhugamál innanfiskiveiðu.Av hesum kannfyrst og fremst nevnaststríðið millum tað, sumvit kalla útróður og teystørru skipini um býtið avbotnfiskatilfeinginum.Taðeru sterkar kreftir, sumhalda, at veiða av m.øtoski og hýsu í Noregiskal fyrst og fremst farafram við smærri bátumfyri at halda lív í teimumsmærru plássunum framvið strondina. Onnur

    halda, at veiðan skal eisinifara fram við stórum skip-um,sum trolarum og stór-um línubátum, sum frystaumborð. Tað eru hesi,sum t.d. reiðarafelagiðumboðar. Henda toganinhevur merkt, at nógvir út-róðrarmenn eru farnir úrNorges Fiskerlag og havastovnað Norges Kystfisk-arlag, hóast Norges Fisk-erlag hevur roynt at javn-viga millum bæði sjónar-miðini.Hinvegin eru nógv-ir fiskimenn á teimumstóru skipunum limir íNorsk Sjømannsforbund,sum hevur eina serligafiskimannadeild, ið gersáttmála við Fiskebåtred-

    ernes Forbund.Sjómanna-sambandið hava vit eisinieitt sera gott samstarv viðog líkist hetta mest FF avumrøddu feløgum. Sam-stundis gera manningar-deildin og bátaeigara-deildin í Norges Fiskerlagsáttmála sínámillum.

    Annars kann sigast, atNoregs Fiskarlag er av-gjørt høvuðsumboðið fyrinorska fiskiveiðu. Tí varlandsfundurin eisini einstór samkoma við einum250 luttakarum.Av hesumvóru færri enn 100 bein-leiðis umboð, meðan rest-in vóru gestir, sum um-boðaðu allar greinir innannorska fiskivinnu eins og

    pressan var væl umboðað.Sigast má, at tað var

    hugaligt at koma á einslíkan landsfund.Tað hev-ur verið so mikið av sam-bandi landanna millum,atein kom at tosa við fleiri,sum høvdu havt sambandvið Føroyar so ella so, oghesi koma vit eisini atumtala.

    FF við ífundarsamtyktVit gjørdust ein lítil part-ur av sjálvum landsfund-inum, tá ið umboðini fyrifiskimenn í øllum lond-unum,sum vóru til staðar,skrivaðu undir tvær yvir-lýsingar.

    Onnur var um ólógliguveiðuna í Barentshav-inum, har tað – sum skilst– fyrst og fremst eru russ-arar, sum hava staðið fyrihesi ólógligu veiðuni.Hetta hevur m.a. við særeina undirgraving avroyndunum at varðveitafiskastovnarnar á einumburðardyggum støði, ogsíðani kemur hesin yvir-skotsfiskur at trýsta fiska-prísirnar á marknaðinum.Tí verður heitt á avvarð-andi lond um at taka stigtil, at slíkur fiskur als ikkikemur inn á marknaðin.

    Hin yvirlýsingin var við-víkjandi "spøkilsisveiðu"við gørnum. Hetta eru

    serstakliga mist havtasku-gørn hjá sponskum skip-um, sum standa og fiska ílanga tíð til stóran skaðafyri stovnin. Heitt verðurá EU um at seta orku ogpening av til at rudda uppí hesum, so tey mistugørnini kunnu verða tikinupp aftur, og annars atskipa fyri neyvum reglumá hesum øki, so tað slepstundan mistum gørnum ístørst møguligan mun.

    Her kann skoytast uppí,at vit vita einki um slíkartrupulleikar við gørnum áokkara fiskileiðum.

    Norðmenn væl nøgdirSum vanligt ofta er álandsfundum var fyrstarættiliga málið á skránniársfrágreiðingin fyri lands-fundarskeiðið, sum ertvey ár, nevniliga 2003 og2004. Her varð greittgjølla frá øllum teimummálum, sum arbeitt hevurverið við, og tey eru ikkiso fá. Men annars er bjart-skygni galdandi í norskarifiskivinnu. Landingarvirð-ið var í 2004 10.4 mia.Nkr., og er hetta vælmeira enn seinasta ár,men kortini minni enn í2002. Tølini higartil fyri2005 bendu á eina øking ímun til 2004.

    Høvuðsfiskasløgini erusild og toskur, sum um-boðað helvtina av veiðu-virðinum.

    Annars er talið á fiski-monnum nógv minkað

    Síða 11Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Á landsfundi hjá Norges FiskarlagÍ Noregi rennir ein seg alla tíðina á Føroyar. Hetta var eisini galdandi, tá ið Føroya Fiskimannafelag luttók á landsfundi hjá Norges Fiskarlag.

    Roynt verður at fáa ungdómin at hava áhuga fyri felagsarbeiði. Hetta er eisini tiltrongt eins og aðrastaðni, tí tey flestu, sum møta til slíkar fundir, eru rættuliga tilkomin. Men útnevnd vóru nøkur serligungdómsumboð, sum tó ikki høvdu atkvøðurætt. Men hesar fýrarnir, sum vóru fyrst í 20-unum farakanska at gera seg galdandi sum frá líður.

    Knut Arne Høyvik erkunningarleiðari hjáNorges Fiskarlag. Hannkennir eisini til Føroyarsum fiskimaður á línu-bátum undir Føroyum,og ikki minst tá teirkomu inn at kroka.Taðvar ikki minst stuttligtat koma inn á Klaks-vík, har tað lá væl fyriat fara í dans, og gent-urnar vístu seg at verasera fittar.

    Jan Skærvøy ogReidar Nilsen,aðalskrivari ogformaður íNorges Fiskar-lag.

    Við á landsfundinum vóru eisini bodnir veteranar,tvs. gamlir álitismenn í felagnum. Hesir eru frávinstru: Charles Remø, Hallstein Rasmussen ogAnton Leine og liggja allir um tey 80 árini. Og sovísir tað seg, at teir so ella so hava havt sambandvið Føroyar. Charles Remø var ein av teimum, sumkom til Føroyar undir krígnum. Hann steðgaði ikkileingi, og hann var eisini aðra staðni. Millumannað var hann við til sameindu innrásina í Nord-mandínum í 1944, sum var við til at avgera krígg-ið. Vit fara seinni at hava eina gjølligari frásøgnfrá honum.

    Hallstein Rasmussen er sera væl kendur í Før-oyum frá teimum tíðum, tá hann var norskur sam-ráðingarleiðari, tá samráðst var um fiskiveiðu-rættindi. Hann er bergtikin av Føroyum, og vit faraí aðrari grein at greiða meira frá Hallstein, grund-

    að á bók, sum er skrivað um hann. Í hesi bóksæst, at hóast hann hevur ferðast kring allanheimin, so eru tað Føroyar og føroyingar, sumstanda honum nærmast. Ein heilt serstakur vinurhjá honum var Gunnar Gunnarsson. Hallsteinsendir øllum sínum vinum í Føroyum hjartaligaheilsan.

    Anton Leine er fyrrverandi næstformaður íNorges Fiskarlag, og hann er kendur undir Føroy-um, har hann hevur fiskað nógv við línu. Og sovísti tað seg, at kona hansara Ragnhild er systirkonu Per Ervik, sum eitur Kjellaug. Hetta gevureisini í sær sjálvum eitt eyka samband við Føroy-ar. Anton kennir eisini væl Støylenættina. Tað varjú Esther sum giftist við Jens Sofus Isaksen ogvarð verandi í Føroyum.Veteranar við tilknýti til Føroyar

    Framhald á næstu síðu

  • Síða 12 Nr. 353 - 27. oktober 2005Síða 12

    seinastu árini, úr 30.000 í1986 niður til helvtina avhesum í 2004.Tá eru part-tíðarfiskimenn eisini írokn-aðir.

    Ludvigsen fagnaðurNæsta stórmálið á skránnikallaðist "Fiskerinæring-ens Betydning for Utvik-linga på Kysten." Eittfundarskjal í 24 punktumvarð gjørt um tey stig,sum eiga at verða tikin áhesum øki. Sum hjá okk-um verður nógv tosað umgransking og menning.

    Í hesum sambandi hevðifráfarandi fiskimálaráð-harrin – Svein Ludvigsen– eina áhugaverda fram-løgu, har hann greiddi frásínum avrikum sum ráð-harri, soleiðis sum hannsá tey.

    Hann vísti m.a. á, athann hevði gjørt umsit-ingina munandi einfald-ari. Mál, sum fyrr tókumánaðir at avgreiða, takanú eins nógvar vikur. Og íøðrum førum eru 22reglugerðir lagdar samaní eina.Tað tyktist eisini atvera semja um, at Ludvig-sen hevði verið ein tannmest virkni fiskimálaráð-harri, sum nakran tíð hev-ur sitið. Hann hevur dug-að at skera ígjøgnum.Semja var ikki um alt, sumhann hevði gjørt, mentað, sum ikki roynist eftirætlan, kann rættast aftur.

    Tað var annars stórurmunur á hansara fortreyt-um sum ráðharri í mun tilflestu aðrar. Tað hevurnevniliga leingi veriðgreitt, at hetta fór at verahansara seinasta skeið ípolitikki. Hann er nevni-liga útnevndur til at verafylkesmand í Troms. Hettastarvið hevur við sær, at

    hann umboðar almennaNoreg í sínum øki ogverður tískil embætismað-ur.Tískil nýttist Ludvigsenikki at vera ræddur fyri atgera nakað, sum kundihótta hansara møguleikarat verða afturvaldur. Taðkann viðhvørt vera einfyrimunur.

    UmstríddarbygnaðarbroytingarBygnaðarbroytingarnar íflotanum upp til 15 metr-

    ar vóru annars tað stóraevnið á landsfundinum,og hesin partur av flotan-um telur um 3.000 fiski-før.

    Her hevur undanfarnastjórnin politiskt ynskt atfáa eina tillaging, so taðblivu færri bátar og meiraí part til hvønn bátin.Hetta skuldi so aftur havtvið sær størri lønsemi.

    Higartil hevur ein upp-høggingarskipan veriðgaldandi fyri hendan part-

    in av flotanum. Hon hev-ur virkað á tann hátt, at tábátar eru upphøgdir ogeru farnir úr flotanum, soer kvotan farin í felags-puljuna, og hevur tí ikkimunað so nógv hjá hvørj-um einstøkum fari, sumeftir hava verið.

    Men nú ein nýggj skip-an í uppskoti, sum leggurupp til, at hvørt far kannkeypa so mikið upp avøðrum bátum, at kvotankundi trífaldast. Um ein

    Kent Bensvik er nýggjur formaður í Værøy Fiskarlag við umleið70 limum, og hann gongur uppí hetta arbeiðið við lív og sál.Tað eru fleiri fiskimenn enn hetta limatal sigur, men júst í Lo-foten stendur Kystfiskerlaget sterkt, og eru fleiri fiskimennlimir har. Værøy er ein lítil oyggj, sum leggur beint uttanfyriLofoten, har Røst eisini liggur, hagani tað er 1-2 tímar atsigla. Á oynni búgva eini 700 fólk, og sum í nógvum líknandiplássum er fólkatalið í minking. Men minkingin er tó slakaðav í seinastuni, so fólkatalið er hampiliga støðugt nú.

    Væroy liggur væl fyri ikki langt frá fiskileiðum, og er tí gottútróðrarpláss. Men Kent sigur, at teir hava trupulleikar við atfáa egnarar. Sjálvt kr. 200 fyri stampin er ikki nóg mikið atfáa fólk til at egna. Teir hava enntá umhugsa at innflyta fólk úrBaltalondum til egning. So hann helt, at tað kundi kanskaverið eitt hugskot at fingið føroyingar hagar at egna. Hjá ein-um landi, sum eigur heimsmeistarin í egning, skuldi verið nógmikið at taka av. Um onkur hevur hug at royna hetta, kannhann venda sær til okkara.

    Annars hevur Værøy eisini ein stóran sildaídnað, har sildverður hagreidd á ymiskan hátt og gevur hetta nógv arbeiði.Kent hevur fingið konu av oynni. Hon er dóttir tann einastahvalafangaran sum eftir er á oynni, so tvøst er nærum hvønn-dagsmatur hjá teimum. Tey eiga tríggjar dreingir, sum roynaseg við egning, men tað er ikki nóg mikið.

    Fáa ikki egnarar Í fjør høvdu vit eina greinarøð umteir norðmenn, sum komu til Føroyaraftaná, at Týskland hevði tikiðNoreg í 1940.Ein stórur partur av hesi søgu er myndað av teimum fimm Ervikbrøðrunum, sum saman við øðrum komu til Føroyar við skipi teirra"Juvel". Ikki minst bróðurin Rasmus var kendur sum ein undan-gongumaður í fiskiskapi undir Grønlandi og New Foundland. Hannhitti Óli Jacobsen annars fyrstu ferð hann luttók á landsfundi íNorges Fiskarlag í 1971. Henda Ervikættin er framvegis umboðaðá landsfundum og hesa ferð við Jørgen Ervik. Hann hevur kortiniminni við Føroyar at gera, tí hann er sonur Sverra, sum var tannbeiggin, sum var eftir í Noregi. Men hann hevur við áhuga lisiðsøgurnar um pápabeiggjarnar í Føroyum. Og tað er framvegis tættsamband millum næsta ættarlið av Ervikkunum og teirra vinir íFøroyum.

    Um virksemið hjá Ervikættini nú greiðir Jørgen soleiðis frá:

    Ved siste nyttår solgte vi "Juvel" og delte selskapet slik at desom var aktive og hadde interesse for det fortsatte i ErvikMarine Services AS, og de andre fikk utbetalt sin andel.

    Det var hva vi på norsk gjerne kaller et generasjonskifte.Du vet vi var etterhvert blitt mange aksjonærer bosatt fleresteder i landet og med liten interesse for hva vi drev med.

    Selskapet eiger nå kun en liten andel (25%) av "Juvel"som forøvrig i dag heter "Granit".

    Videre eiger vi en line/garn båt som driver fiske i Canadiskfarvann med Canadisk flagg.

    Ervik Marine Services AS har også i lengre tid arbeidetmed et fiskeriprosjekt i Sørishavet, som vi håper å lykkesmed samtidig som vi har arbeidet en del for selskaper medinteresser i seismikk/oljeleting.

    Henrik Svenberg er nýggjur formaður í SverikesFiskares Riksforbund. Hann hevur nú ikki nakravanliga yrkisleið, har hann byrjaði sum fiskimað-ur og endaði sum formaður. Hann kemur nevni-liga úr svensku fisivinnuumsitingini, og er heint-aður hagani at gerast formaður. Hetta gevur íhvussu er ein fyrimun, tá talan er um samráðing-ar við myndugleikarnar. Sum aðra staðni er gingiðafturá við fiskivinnu í Svøríki.Teir hava tó úti við10 nótaskip eftir. Hendrik Old plagar at nýta feriurfrá tinginum at fiska við onkrum av teimum.

    Her síggja vit Leif Harald Hansen, sum er umboð fyri Norske Sjømatbedrifters Landsforening prátavið Joe Maddock, sum er formaður fyri írska fiskimannafelagnum. Leif kennir eisini føroyingar, sumhann hevur gingið í fiskivinnuskúla saman við.

    Og Joe umboðar millum aðrar flotabólkar ein stóran kraftblokkaflota, sum er 20-30 skip. M.a.hesar er Atlantic Dawn, sum tekur ikki færri enn 7.000 t. Írski flotin er lagdur undir at hava sæð stórtuppá fiskiveiðureglurnar og harvið at hava kunnað fiskað mestsum frítt. Men hetta tykist at havafingið ein enda nú. Fyri kortum var eitt stórt løgreglutiltak sett í verk, sum staðfesti tað, sum øllhava tosað um. So her kann meira enn so onkur enda aftanfyri rimarnar.

    Annars sigur Joe, at tað fyri tíðina eru yvir 2.000 fiskifør í Írlandi. Av teimum eru 1650 før undir12 m, og 104 før yvir 24 m. Talið á fiskimonnum er gott 6.000. Samlaði landingarnar, seinastutølini eru fyri 2003, eru 264.000 t. Virðið er uml. 1,5 milliardir krónur. Veiðuvirðið er nøkulundaeins býtt millum uppsjóvarfisk, botnfisk og skeljafisk, sum tað tó verður avreitt mest av. Í Írlandi eruuml. 130 virkir, sum hava uml. 5.000 fólk í starvi. Í aling arbeiða umleið 2.600 fólk. Tað er fimmhøvuðsfiskivinnuhavnir.

    Írska fiskimannafelagið var stovnað í 1974 av fiskimonnum kring alla oynna. Og felagið er við ífleiri nevndum, sum arbeiða við fiskivinnumálum.

  • t.d. sjálvur hevði einakvotu uppá 50 t., skuldikunna bera til at keypatveir aðrar bátar, sumhøvdu 50 t. hvør.Tá fekkviðkomandi 80% av keyp-tu kvotuni, so samlaðakvotan kundi gerast 130 t.

    Hetta uppskotið fekkeina rættiliga harða við-ferð frá norsku fiskimonn-unum, sum óttaðust fyri,at hetta fer at ganga út-yvir talið á fiskimonnum.Og Kystfiskerlaget er harð-liga ímóti. Men støðan hjáNorges Fiskarlag er fyritað fyrsta,at teir vildu ikkihoyra talan um fleiribygnaðarbroytingar fyribátar undir 10 metrar. Sospurningurin kundi ein-ans vera um bátar 10-15

    metrar. Og her gjørdistniðurstøðan tann, at ístaðin fyri, at tað skuldibera til at trífalda kvotunavið umrøddu avmarking,skuldi bert bera til at tví-falda hana.Hetta uppskot-ið fekk heldur ikki meiri-luta frá umboðunum fyriútróðrarmenninar. Avger-andi varð, at reiðarafelag-ið eisini atkvøddi fyri.

    Men annars er tað iva-samt, hvat víðari hendir áhesum økinum. Ein nýggjstjórn er komin, sum ikkiverður mett at vera einsíðin fyri bygnaðarbroyt-ingum sum tann undan-farna.

    Hetta hevur annars eis-ini týdning fyri málið umtilfeingisrentu, sum vit

    umrøddu í seinasta blaði.Fortreytin fyri einum til-feingisgjaldi er ein veruligtilfeingisrenta, tvs. yvir-skot at gjalda rentuna av.Henda er treytað av einivíðgongdari bygnaðar-broyting. Men tað verðurmett, at hetta liggurlongri burtur, nú nýggjstjórn er komin.

    Ofta hevur verið spáttum, at Norges Fiskarlagfór at sindrast. Hetta vareisini spádómurin undanhesum landsfundinum.Men fáir fundir havaverið so friðarligir, sumjúst hesin. Hildið var, attað var óvissan um takomandi stjórnina, sumfekk fundarumboðini atstanda saman.

    Av øðrum málum vórueisini slík sum tryggingar-mál, har tryggingin sjálvvirkin roynir at økja umtrygdina hjá fiskimonn-um. Hetta ger hon eisini,tí her er nakað at spara.Attryggja ein starvsmannkostar kr. 500 árliga, með-an tað kostar 30 ferðir sonógv ella kr. 15.000 attryggja ein fiskimann.Hetta sigur nakað um vág-an.

    Annars varð formaður-in Reidar Nilsen einmæltafturvaldur, og tað samavar við leiðsluni.Tey, sumhava hug at vita meira umNorges Fiskarlag, kunnufara inn á heimasíðuna:www.fiskarlaget.no.

    Síða 13Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Ole Kock og Ann Beth Skredeeru tveir kunningar frá NorskSjømandsforbund, sum viteisini samstarva við. OleKock er upprunaliga dani,ættaður úr Frederikshavn.Men í 1970 fór hann í Ba-rentshavið við einum donsk-um laksabáti. Og her gjørdist"fast" í eina gentu! Og síð-an tá hevur hann búð áTromsøleiðini. Hann hevurverið fiskimaður alla tíðina,og er nú ein álitismaður hjánorska sjómannasamband-inum. Ole býr í lítla býnumSørreisa, um 130 km fráTromsø. Tað er sermerkt fyrihesa kommunu, at her havajavnaðarmenn havt meirilutaí býráðnum í 73 ár! Heiltóvanligt fyri ein fakfelags-leiðari, so er Ole virkin íflokkinum Høyre, og hann umboðar flokkin í býráðnum. Men hettager tað ikki ómøguligt at umboða fiskimenn á ein virknan hátt.

    Ann Beth Skrede komu vit óbeinleiðis í samband við longu í1980, tá pápi hennara Jan Skrede gjørdist næstformaður í fiski-mannadeildini hjá ITF, har Óli Jacobsen var formaður. Jan doyði í1995, og tá kom Ann Beth, sum annars hevur verið fiskimaður,partvíst at taka hansara pláss. Men í 2002 fóru tey bæði burturúr

    ITF, og Ann Beth fór eisini burturúr sjómannasambandinum. Síðaner hon komin at arbeiða hjá WWF, World Wildlife Fund, sum er einvirkin umhvørvisfelagskapur, sum eisini hevur verið roknaður sumein hóttan móti fiskiskapi. Á landsfundinum var Ann Beth umboðfyri WWF, men tað, sum hon mest fæst við, er hóttanin um olju-dálking. Tað var sera hugaligt at hitta hana aftur.

    Minnisvarðin í viðalundini varð vígdur 22. juli 1956av Jákup Joensen, prósti. Hann gjørdi tað við hes-um orðum:

    SSoo vvííggii eegg ttáá hheettttaa lliissttaavveerrkk ttiill aatt vveerraa vvaarrððvveeiittiinngg--aarrvvaarrððii aavv eeiinnuumm ssttuuttttuumm mmeenn sseerraa ttýýddnniinnggaarrmmiikkll--uumm ppaarrttii aavv ssøøgguu ookkkkaarraa.. EEgg vvííggii hhaannnn ttiill aatt vveerraa øøllll--uumm ssjjóóffóóllkkii ookkkkaarraa eeiitttt hheeiiððuurrsstteekkiinn.. EEgg vvííggii hhaannnnttiill aatt vveerraa tteeiimmuumm,, hhvvøørrss nnøøvvnn hheerr eerruu sskkrriivvaaðð,, eeiinnmmiinnnniissvvaarrððii,, hhaarr sstteeiinnaarr oogg mmáállmmuurr ttaallaa uumm mmeennnn,,ssuumm uunnddiirr hhæættttiisslliigguumm vviiððuurrsskkiiffttuumm bbóórruu ddaaggssiinnssttuunngguu bbyyrrððuu oogg hhookknnaaððuu uunnddiirr hheennnnii íí ddeeyyððaann..

    Minnisvarðin varð avdúkaður av Ruth Poulsen,seinni gift Jensen. Pápi hennara gekk burtur við"Nýggjaberg".

    Formaður býráðsins í Tórshavn Palli Henriksenhelt eisini vakra talu yvir teir farnu og um tey sakn-andi eftirsitandi foreldur, konur og børn, eins oghann greiddi frá forsøguni til tað tiltak, sum nú varvorðið veruleiki við reisingini av minnisvarðanum.

    Standmyndin var gjørd av norska listamanninumKaare Orud. Fyristaðið uppsetingina høvdu Lam-hauge og Waagstein.Uppsetingararbeiðið varð gjørtav Jacob Simonsen, og steinpláturnar vóru gjørdarav Føroya Mekaniska Grótídnaði.

    Sjólatin í 2005Síðan 1. november 2004 er hesin

    sjómaður farin í sínum virki á sjónum:

    Poul Johannes Poulsen, 44 ár, Vestmanna. Sigldi við"Grønanes". Druknaði í Vestmanna 27. mars 2005.

  • Síða 14 Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Norðurlendskt samstarv, tá tað er uppá tað besta:

    Maiken giftist álendingiÍ hesum døgum er norð-urlandaráðsfundur í Ís-landi. Sum kunnugt erufimm limalond í Norður-landaráðnum, og so er trýsmá lond við einum slagiav atlimaskapi, og millumeru Áland og Føroyar.Hesi londini hava nógv ífelag, sum fólkatal og ríkis-rættarliga støðu. So teyhava upplagdan áhuga ísamstarvi, sum eisini virk-ar hampiliga væl.

    Men fáur hevur tó driv-ið tað so vítt, sum stranda-gentan Maiken Poulsen,sum hevur arbeitt á løg-mansskrivstovuni síðan1983. Í sínum starvi hev-ur hon eisini staðið fyrislíkum samstarvi sumhesum millum londini, oghon hevði eina tíð í 1994ein skiftisstarv á Álandi.T.v.s. at hon býtti fyri einatíð starv við almennanstarvsmann úr Álandi.

    Í 2002 var norður-lendsk dansistevna Hav-leikur í Havn við luttøkafrá m.ø Álandi. Maikenhelt tá, at hon skuldi faraat heilsa uppá álendingar-nar, og her hittu hon LeifEnglund, og tað rann sam-an teirra millum. Tey

    høvdu kortini verið rætti-liga nær fyrr. Í hesum sam-bandi fór Maiken nevni-liga at hyggja at sínumgomlu myndum úr Álandií 1994. Og mín sann, umikki Leif var júst á einimynd, so kanska er einneisti tendraður tá! Og íaugust 2004 giftust teybæði í Álandi.

    Síðan tá hevur Maikenlisið norðurlendskt mál,bókmentir og retorikk íStockholm og í Uppsala.Nú hevur hon verið hersíðan august, og hevur ar-beitt parttíð í løgmans-umsitingini. Samstundisskal hon gera uppgávuvið Fróðskaparsetrið lidna,og so skal hon eiga í febr-uar!

    Stutt um LeifJúst í hesum døgum hev-ur Leif verið í Føroyum.Sjálvur havi eg arbeittsaman við Maiken í lands-stýrinum og hava vitkenst síðani,og í fyrradag-in vóru hon og Leif inni ágólvinum í fiskimanna-felagnum, og fingu viteitt prát um teirra søguog eisini um viðurskiftinií Álandi.

    Leif er føddur 3. desem-ber 1958,og hann er sterk-streymselektrikari. Hannbyrjaði í 1991 sjálvurannar fyritøkuna Service-punkten, sum ger umvæl-ingararbeiði av ymiskumslag. Men mest er tað rav-magn á virkjum, sum ar-beitt verður við.

    Teir eru 2 eigarar og 3starvsfólk, sum arbeiða áfyritøkuni, sum eisini ereinaumboð fyri stórutýsku fyritøkuni Siemensí Álandi.

    Áhugamál hjá Leif eru:bátar og sjólív, sjóbjarg-ingartænasta, rádjór- ogfuglaveiða, fólkadans v.m,og sum sagt var tað fólka-dansurin sum útvegaðihonum Maiken til konu.Hann er ættaður úr Føglø,sum er ein av teimum 16kommununum, har taðbert búgva einir 600 fólkHann býr einar 15 km fráMariehamn,og hann plag-ar eisini at fara á flot við-hvørt at fáa eitt kók.Hann virkar sera fitligurog fyrikomandi og greiðirfegin frá um sítt heim-land.

    Eitt frálíkt landVit hava øll hoyrt umÁland, men tað er ikkivist, at øll vita so nógv umhendan oyggjabólkin, sumliggur nøkulunda mittmillum Svøríki og Fin-land.Tað eru bert fáir tím-ar við ferju til bæðigrannalondini. Tað er sostutt úr Svøríki, at megin-parturin av streyminumkemur higani.

    Fyrst er at siga, at har erikki so høgt sum hjá okk-um. Hægsta punkt 129 m,so sjálvt Danmark er fjalla-land í mun til Áland.

    Men hinvegin hava teynógv fleiri oyggjar. Tæreru ikki færri enn 6.757 ítali,og tað búgva fólk á 60av teimum. Tað skal tósigast, at nógvar teirrasamanbundnar við brún.Meðan tað er gott ferju-samband til hinar oyggjar-nar.

    Tað er áhugavert,at fólka-talið á teimum smærrioyggjunum hevur hildiðstand seinastu árini.Veru-liga er fólkatalið á bygdøkt meira enn í høvuðs-staðnum síðan 1980. ÍÁlandi verður nevniligaførdur ein veruligur útjað-arapolitikkur, m.a. við atelva fólkinum til at stovnasínar egnu fyritøkur íegnum heimbygdum,sum tað annars eisini ernógv av víða um í Álandi.

    Her kann verða nevnt,at tað er eisini ókeypis atsigla við strandferðsluni.

    Tað verður bert goldiðfyri bilar, og hetta stuðlareisini huginum at støðast.

    Samlaða víddin á Álandier 1527 ferkilometrar, sumer nakað tað sama sumFøroyar. Meira enn helvt-in av økinum er tó skógur.

    Miðalhitanum er 6 hita-stig fyri árið. Hann er frá -3 stig í januar til +17 stigí august.

    Vóru upprunaligasvenskarSamlaða íbúgvaratalið er26.530. Hetta er munandilægri enn hjá okkum. Einstórur partur býr í høvuðs-staðnum Mariehamn, harfólkatalið er 11.000. Ábygd búgva 13.000 fólkog í skergarðinum um2.000. Men sum nevnt erhetta lutfall ikki broyttstórvegis seinastu árini.

    Áland var upprunaligasvenskt, men gjørdustoyggjarnar at enda finsk-ar. Men í 1922 fingu teiregna sjálvstýrislóg eftirtogan millum londini.

    Hetta merkir eisini fólka-samansetingina. Bert 70%av fólkinum eru fødd áÁlandi, og hetta talið er íminking, 20% eru fødd íFinlandi og 6% í Svøríki.Men henda blandaðasamansetingin er eisinieitt úrslit av, at tað verðurgjørt eitt stórt arbeiði fyriat fáa fólk at flyta tilÁlands. Dyrgt verður eis-ini eftir álendingum í út-legd at koma heima aftur

    92% av fólkinum havasvenskt sum móðurmál,meðan 5% hava finskt,men tað ber ikki til atklára seg á Álandi eisinisvenskt. Nú verður finskteisini lært í skúlunum.Annars eru 90% fólkinumevangelisk kristin.

    Lítið av fiskiFiskiveiðu er ikki nógv ár.Samlaða veiða er um3.300 ella 1% av okkaraveiðu.Tað er mest strøm-ning, eitt sildaslag, sumverður veitt. Annars havateir eisini aling, og gevurhetta umleið 3.000 tons.

    Áland hevur altíð havtein stóran handilsflota,oger hann 59 skip,av hesumeru 42 undir finskumflaggi.

    Tað er stórur ferju-trafikkur til Álands, bæðiúr Finland og Svøríki.Hig-ar koma ikki færri enn 2mill ferðafólk árliga, oghetta tal er tvífaldað síðan1980. Hetta gevur nógvarbeiðspláss. Tað verðursagt, at ein stór inntøku-kelda hjá tí almenna erskattur á spæliautomat-um. Ein onnur stór vinna

    er annars dyrking av sukur-rótum.

    Arbeiðsloysið um 2%,og er hetta lágt. Arbeiðs-marknaðurin er í stóranmun felags við tí finska,soleiðis at sáttmálar verðagjørdur millum finskufeløgini, men tó við atlititil álendsk viðurskifti.

    61% av fólkinum býr íegnum húsum, og erhetta munandi minni enní Føroyum. Stórur parturav fólkinum býr í íbúðar-blokkum

    Tað er um 15.000 per-sónbilar á Álandi, og erhetta nakað tað sama sumí Føroyum, hóast nógvlægri fólkatal.

    Stoltir av sínumsjálvstýriÁland hevur sjálvstýri,men á summum økjum ertað munandi meira av-markað enn okkara. Skatt-urin verður innkravdur tilFinlands, sum so sendirpeningin aftur til Álands.Fíggjarlóg er um 1,7 mia,men Áland hevur einsjálvberandi búskap, ogfær ikki blokkstuðul sumvit. Men m.a. henda skip-an ger, at Finland hevureina munandi størri um-siting í Álandi, enn Dan-mark hevur í Føroyum.Finland hevur eisini einlandshøvding, ríkisum-boðsmann, í Álandi. ÁÁlandi velja teir 1 lim ífinska ríkisdagin, og herluttaka tey eisini í finsk-um forsetavali.

    Her er eitt sjúkrahús við106 seingjaplássum og eittsálarsjúkrahús við 32 pláss-um.

    Tey ungu, sum farauttanlands at lesa, farafyrst og fremst til Svøríkiog nakað nógv fara Fin-lands.Aðra staðni eru taðfá sum fara.

    Her eru 2 høvuðsbløð,Nya Åland og Åland, sumkoma út 4-5 ferðir um vik-una.

    Tingið hevur 30 ting-limir, nakað sum í Føroy-um. Men her er ein heiltannar munur. Av hesum

    30 eru tær 11 kvinnur,meðan vit hava 3 av 32.Og í landsstýrinum eru 3av 7 limum kvinnur.

    Tað eru sjey flokkar átingi, og teir hava frá 7 tilein lim. Og tað er bert einflokkur við tveimum lim-um, sum vil hava loysingfrá Finlandi. Hetta merkireisini, at Álendingar erustoltir av síni sjálvstýris-skipan og rósa henni táteir kunnu. Hvussu tað erí Føroyum hesum viðvíkj-andi er óneyðugt at siganakað um!

    Almenna umsitingin erundir sama taki, og hettaer uttan iva ein fyrimunurí mun til Føroyar, hareingin veit av hvørjumøðrum.

    Áland hevur eisini einagreiða støðu til ES. Táfólkaatkvøða var um spurn-ingin vildu 73% inn í ES,men valluttøkan var lág,minni enn 50%.

    Áland fekk flagg í 1954og egin frímerki í 1984.

    Eitt gott samfelagMaiken heldur, at Álander eitt sera gott samfelagat búgva í. Her er m.a.eingin bíðilistar til barna-garðar og ellisheim.

    T.d. er barsilsfarloyvivið løn eitt ár. Men afturathesum kunnu barnakon-ur hava farloyvi við al-mannahjálp í tvey eykaár. Og hetta minkar umtørvin á barnagarðspláss-um, tí nógv velja at passasíni børn heima.

    Tað er víst nógvir per-sónbilar, men býbussarnireru ókeypis, so tað bervæl til at klára seg uttanbil.

    Og nú hevur Áland eis-ini fingið sítt egna flog-felag, nevniliga Air Åland,sum í fyrsta umfari skalflúgva til Finlands fleiriferðir um dagin. Og hettaskal ikki kosta nógv, bert300 kr. hvønn vegin.

    Tað var hugaligt at fáahetta prátið við Maikenog Leif,og vit ynskja teim-um eydnu framyvir.

    óó..

    Maiken og Leif.

    Tíðindaskriv frá postverkinum:

    Fleiri nýggjpostnummur Postverkið hevur gjørt av frá 1. november 2005at økja um postnummrini. Talan verður um, atpostsmogur á størstu posthúsunum kring land-ið fáa egið postnummar. Frammanundan havapostsmogur í Tórshavn og á Argjum egið post-nummar. Nýggju postnummrini verða:

    221155 SSaanndduurr ((ppoossttssmmoogguurr))335555 VVeessttmmaannnnaa ((ppoossttssmmoogguurr))337755 MMiiððvváágguurr ((ppoossttssmmoogguurr))440055 OOyyrraarrbbaakkkkii ((ppoossttssmmoogguurr))553355 FFuuggllaaffjjøørrððuurr ((ppoossttssmmoogguurr))661100 SSaallttaannggaarráá ((ppoossttssmmoogguurr))771100 KKllaakkssvvííkk ((ppoossttssmmoogguurr))881100 TTvvøørrooyyrrii ((ppoossttssmmoogguurr))991100 VVáágguurr ((ppoossttssmmoogguurr))

    Aftrat hesum fær VVáálluurriinn í Vestmanna egi post-nummar. Hetta verður postnummar 335588 VVáálluurr..Válurin er partur av Kvívíkar Kommunu. Til-skriftin á posti til Válin skal í framtíðini skrivastá fylgjandi hátt:

    PPeerrssóónnssnnaavvnnGGøøttuunnaavvnn oogg hhúússaannrr..335588 VVáálluurr

    Viðskiftarfólk, sum hava postadressu á nevndustøðum,verða biðin um at taka við nýggju post-nummrunum skjótast til ber. Her skal serligahugsast um at broyta forprentað brævapappírog bjálvar og broyta adressur í telduskráum ogikki minst at boða postsendarum frá broyting-ini, t.d. almennum stovnum, telefelagnum, olju-veitaranum o.l.

  • Síða 15Nr. 353 - 27. oktober 2005

    Framhald á næstu síðu

    yvirlærari, Matras, Venn-ingsted,Kamban og David-sen. Allir vóru teir góðirlærarar. Minnist nakrar avdreingjunum í okkaraklassa.Kaj sum eg sat sam-an við, var hjartasjúkur ogdoyði ungur.Eivind,Øssurog Diaba, Rólant og Terjio.a. Luftálopsávaring varav og á, meðan við vóru ískúla og so máttu vit íluftverjuskýlið.

    Hermenninir vóru ser-liga blíðir um jóltíðir. Táhøvdu teir veitslur ogvístu film, m.a. "DonaldDuck" og øll fingu gávur,mest slikkarí. Seinni fóruvit í Realskúlan, har lærar-arnir vóru Christoffur Lüt-zen, yvirlærari, Hans Andr.Djurhuus, Jochumsen,Frk. Cohr, J. Kjeld, øll seradugnalig lærarafólk.

    Hans Andreas Djurhuusplagdi at yrkja tað, sumhann vildi hava okkum atskriva niður. Jochumsenvar eisini fimleikalærari,og vit plagdu at fara niðaní Gundadal í shorts á vetr-ardegi at spæla fótbólt.

    Í klassanum vóru børnymsastaðni úr Føroyum,minnist Eigil, Sigurd, HansMikal, Jeffri, Karin, Clara,Ingibjørg. Hóast kríggj varog luftálop, har "LincolnCity" varð søktur o.a., sohøvdu vit tað stuttligt umvetrarnar. Tá var meirikavi um vetrarnar enn nú,so vit skreiddu við spark-ara oman eftir banka-brekkuni og heilt oman íVágsbotn. Tá vit vóru áskoytum, hingu vit uppi íbilunum hjá hermonn-unum – tá bar alt til. Teyungu fingu frið og blivuikki "jagstrað", sum teymøguliga verða nú. Sorg-arleikir vóru nógvir. Nógvmistu pápar, abbar ogbeiggjar, tá ið skip blivuburtur. "Carolina Torden"bleiv bumbað í Nólsoyar-firði, og bumbur vóru álandi, men ein vandist viðluftalarmar. Minnist atdúgvurnar fóru á flogrunt um býnum, hvørjaferð luftalarmur var. Nakr-ar grindir vóru eisini, oghermenninir hjálptu til.Havnará lá opin tá,og yvirav kommunuskúlanumvóru stórir "hyljar" viðvatni til brandsproytur-nar.

    Um summarið var vak-urt at fara niðan í koloni-havarnar á Ternuryggi.Fosturpápin plagdi at vitjaSophus Christiansen, sumhevði eini hús har uppi,og har var sera gott út-sýni.

    Lívið hjáhermonnum í HavnÍ Havn bygdu bretsku her-menninir barakkir allamøguliga staðni. Yvir avhjá Bil Óla var eisini ein"fish and chips" handileins og størsti NAAFI

    handilin hjá hermonn-unum. Hvønn dag komuhermenn marsjerandi viðsekkjapípum á oddaoman á Vaglið,og tá vórðuvaktirnar skiftar út. Her-menninir høvdu vaktymsa staðni í býnum. Egplagdi at forarga soldátar-nar, sum eg kendi, ogspurdi teir, hvat slag avvápnum teir høvdu, sumgingu aftastir. Har ginguhermenn við sleggju ístaðin fyri við riflu og viðketildrakt undir arminum.Hetta var revsingin fyri athava gjørt okkurt ella athava skikka sær illa áonkran hátt. Sleggjurnarskuldu so nýtast til atbanka blikkdósir saman.Dósamatur var jú ein stór-ur partur av matinum hjáhermonnunum, og hesirmáttu so banka dósirnarsaman, so tær tóku minnipláss, tá dósirnar vórðusendar aftur til Onglandstil endurnýtslu. Tað varonkuntíð, teir klandraðusteitt sindur. Eg minnist ser-liga ein hermann, sumonkuntíð plagdi at fáa ovnógv upp í høvdið, ogsum tá hevði hug at ger-ast eitt sindur harðligur.Eg minnist, at hann vartikin einar tvær ferðir avhernaðarpolitinum. Távisti eg ikki, at hesinmaðurin var úr Aberdeen.

    Tá ið eg kom niður tilAberdeen at búgva, síggieg,at hann starvast á fiska-marknaðinum sum land-ingarmaður. Eg spurdihann, um hann ikki var íHavn undir krígnum.Hann gjørdist eitt sindurlotur, men eg sigi viðhann, at eg minnist tilhansara,og at hann plagdiat boksast eitt sindur. Einannar maður var kokkurhjá hermonnunum í Søld-arfirði. Hann arbeiddi vístá eini mjølgoymslu. Hannhevði eg sa