amnesty international f¯royar çrsfrçgrei ing 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80...

8
AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR ÁRSFRÁGREI Ð ING 2018/19

Upload: others

Post on 18-Jun-2020

0 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19

Page 2: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

HETTA NEVNDARSKEIÐIÐ SETA VIT UPPLÝSING UM MANNA RÆTTINDI AFTUR Á SKRÁ.

At upplýsa um grundleggjandi mannarættindi er fremsta aðalmálið hjá Amnesty Føroyum. Vit vilja, at allir føroyingar - serliga børn og ung – skulu kenna síni rættindi og sína ábyrgd, men so avgjørt eisini søguna aftan fyri rættindini, og hví ábyrgdin er so neyðug.

Amnesty Føroyar hevur gjøgnum árini givið út nakrar útgávur um mannarættindi. Deildin hevur eisini staðið fyri at undirvísa læraralesandi og fólkaskúlanæmingum í manna-rættindum. Í hesum nevndarskeiðinum hevur nevndin sett sær fyri at eftirmeta hetta arbeiðið og leggja eina ætlan fyri, hvussu tað skal skipast frameftir. Skulu vit skipa fyri almennum skeiðum ella kanska geva eina nýggja útgávu út? Hetta eru spurningar, sum vit seta í 2019, og sum vit vilja vera klár at svara í 2020.

MANNARÆTTINDI ERU EINGIN SJÁLVFYLGJA

Í 2018 vóru 70 ár liðin síðan stóra dagin, tá ST-heimsyvir-lýsingin um mannarættindi varð samtykt. Í sambandi við 70 ára dagin settu vit spurningin: “Mannarættindini 70 ár - eru tey hótt, ein farin tíð ella framvegis besta boð?”. Halgir Winther Poulsen, sum í mong ár var formaður í Amnesty Føroyum, skrivaði m.a. soleiðis:

” Tíverri ber ikki til at halda annað, enn at mangt av tí, sum vit síggja og frætta um støðuna í stórum parti av heiminum í dag, er ræðandi. Fleiri av dagsins stórveldum hava kosið sær leiðarar, ið tykjast at hava lítlan ans fyri teimum virðum, ið heims - yvir lýsingin staðfesti sum grundvallar- rættindi einstaklingsins.”

Les fleiri hugleiðingar á s. 5, sum hvør á sín hátt minna okkum á, at mannarættindini als ikki eru nøkur sjálvfylgja í 2019.

MANNARÆTTINDINI GJØRDUST 70 ÁR - MEN KENNA VIT TEY?

MÍNI RÆTTINDI ENDA, HAR TÍNI RÆTTINDI BYRJA. MEN HVAR ER TAÐ? HVØRJI

ERU HESI RÆTTINDINI? OG ERU TEY HÓTT?

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR2

Page 3: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

Á aðalfundi 18. apríl 2019 varð nevndin hjá Amnesty afturvald. Einasta útskift-ingin var, at Bjørk S. Lamhauge, sum hevur verið ungdómsumboð í nevndini, takkaði fyri seg, og Annika Malunardóttir gjørdist nýtt ungdómsumboð í nevndini. Annika er eisini partur av Amnesty ungum og virkar sostatt sum millumlið millum nevndina og ungdómsbólkin og ungdómsaktivismuna hjá felags-skapinum.

Á aðalfundinum varð eisini kunngjørt, at felagsskapurin frá 1. juli 2019 verður partur av skrivstovufelagsskapinum í Smæruni. Sostatt hevur tað endiliga eyd-nast okkum at finna eini lætt atkomandi høli, og hetta fegnast vit stórliga um.

Á NEVNDARFUNDI 8. MAI SKIPAÐI NEVNDIN SEG SOLEIÐIS:

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna, Turið Maria Jóhansdóttir, næstforkvinna, Barbara Jacobsen, kassameistari, Bergur A. Dalsgarð og Gunnvá Gaard. Tiltakslimir: Annika Malunardóttir, Tóki Strøm og Beinta Flóvinsdóttir.

UNDIRVÍSING Í MANNA RÆTTINDUM OG VEÐURLAGS BROYT-INGAR Á DAGSKRÁNNI

” Evnini, sum nevndin hevur valt at raðfesta hesa ferð, eru veðurlagsbroytingar og undirvísing.

Orsøkin til tað er, at umhvørvi og veðurlagsbroytingar fáa alt størri rúmd í altjóða arbeiðinum hjá Amnesty, og vit vilja fylgja hesi gongdini.

Í sambandi við undirvísing í manna-rættindum vilja vit fáa greiðu á, hvussu Amnesty kann vera eitt íkast til verandi upplýsing í samfelagnum um manna-rættindi. At upplýsa um grundleggjandi

rættindi er og hevur verið høvuðs - endamálið hjá føroysku deildini hjá Amnesty, og vit vilja endurhugsa okkara arbeiði á tí økinum,” sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum var afturvald á aðalfundinum.

VEÐURLAGSBROYTINGAR OG MANNARÆTTINDI

Í tí ráðgevandi arbeiðsbólkinum um veðurlagsbroytingar og mannarættindi eru Sanna A. Dahl og Elsa Berg, sum saman við umboðum úr nevndini og av skrivstovuni hjá Amnesty skulu tryggja, at Amnesty Føroyar eins og restin av felagsskapinum er ein sterk rødd, tá ið ræður um mannarættindaligar avleiðingar av veðurlagsbroytingum.

SOMU ANDLIT – NÝGGJ HØLI

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR3

Page 4: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

UNG FYRI AMNESTY

Á aðalfundinum varð Annika Malunar-dóttir vald í nevndina. Annika er eisini partur av ungdómsbólkinum saman við einum vaksandi skara. Her kjakast tey um mannarættindaevni og leggja ætlanir fyri tiltøkum.

Ungdómsbólkurin var sera virkin í 2018 og skipaði m.a. fyri ungdóms-tiltaki, har unga Najmo úr Somalia hjartanemandi greiddi frá, hvussu hon 13 ára gomul flýddi einsamøll úr Somalia og í dag er ein sterk aktivista-rødd í Íslandi.

” At hitta Najmo og uppliva, at vit – hóast so ymiskar lagnur – hava so nógv í felag, var tað størsta, sum eg havi upplivað sum partur av arbeiðinum í Amnesty” – Annika Malunardóttir

Ungdómsbólkurin skipaði fyri eini røð av skrivitiltøkum og eini stórari konsert á Reinsarínum tann 10. desembur, har fólk skrivaðu brøv og lýddu á JASMIN.

TEY HITTAST HVØNN HÓSDAG KL. 17.00 – VERIÐ VÆLKOMIN VIÐ!

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR4

Page 5: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

MANNARÆTTINDINI 70 ÁRHUGLEIÐINGAR UM MANNARÆTTINDI:ERU TEY HÓTT, EIN FARIN TÍÐ ELLA FRAMVEGIS BESTA BOÐ?

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR5

Page 6: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

Amnesty Føroyar er ein óheftur felagskapur, og stuðulin frá limunum er altavgerandi fyri, at vit fáa arbeitt fíggjar-liga óheft av t.d. almennum stuðli.

Vit ynskja at gera mun her heima og úti í heimi, og til hetta krevst ein støðugur limaskari. Ein stórur limaskari er eisini við til, at myndugleikar taka røddina hjá Amnesty í álvara.

Á myndini fyri limagongdina árini 2015–2018 sæst, at hóast gongdin hevur verið skiftandi, er limatalið vaksið støðugt. Sammett við aðrar deildir hjá Amnesty hevur føroyska deildin næstflestar limir fyri hvønn íbúgva.

Harafturat vil Amnesty framhaldandi menna møguleik-arnar hjá limunum at gerast meira virknir. Lívlinjan er eitt dømi um eitt slíkt átak, sum hevur riggað sera væl.

Limirnir vilja gera mun, og kenna, at teir gera mun, men tað skal vera skjótt og lætt. Lívlinjan gongur sera væl og hevur í løtuni nærum 900 limir.

AMNESTY FØROYAR NÆSTFLESTAR LIMIR FYRI HVØNN ÍBÚGVA

TØL FYRI 2018: FELAGSKAPURIN ER Í VØKSTRI2018 vitnaði um ein felagsskap í vøkstri. Sammett við árið fyri vuksu inntøkurnari heili 16 %, samstundis sum útreiðsl urnar vuksu 11 %.

Avlopið var kr. 213.914. Tað er serliga limastuðulin frá einstaklingum, sum er nógv vaksin.

10080604020

0

140012001000800600400

Limastuðul(túsund)

Útreiðslur -1.640.167,17 kr.

Inntøkur 1.854.081 kr.

Limir

2015 2017 2018

VøksturFastar útreiðslurMannarættindaarbeiðiNevndararbeiðið

EinstaklingarAI DanmarkFURSøla

33%

36%

27%

4%

69%

24%

5% 1%

2016

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR6

Page 7: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

LÍVLINJAN: GÓÐ TÍÐINDI Í 2018Vit eru so heppin, at 900 einstaklingar hava meldað til Lívlinjuna. Lívlinjan er sms-netverkið hjá Amnesty, har vit senda skundmál út við sms-boðum. Henda átaksháttin brúka vit, tá ið ein skjót innsavning av undirskriftum kann gera mun. Ein av trimum innsavningum gevur úrslit.

Vit kunnu øll fegnast um, at undirskriftirnar úr Føroyum hava lagt trýst á myndugleikar og gjørt sítt til at bjarga lívum. Niðanfyri eru nøkur góð tíðindi frá 2018.

Tep Vanny

LEYSLATIN

Dimitry

LEYSLATIN

Studentar í Turkalandi

LATIN LEYSIR

Asia Bibi

ENDILIGA SAMAN VIÐ FAMILJUNI AFTUR

Shahidul Alam

LEYSLATIN VIÐ LOYSIFÆ

FÁ AMNESTY-SKUNDMÁL Á TELEFONINA.

SEND ’BJARGA’ OG TÍTT FULLA NAVN TIL 1919

ÁRSFRÁGREIÐING 2018/19AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR7

Page 8: AMNESTY INTERNATIONAL F¯ROYAR çRSFRçGREI ING 2018/19 · 2019-09-30 · er nógv vaksin. 100 80 60 40 20 0 1400 1200 1000 800 600 400 Limastuðul (túsund) Útreiðslur-1.640.167,17

AMNESTY INTERNATIONAL FØROYARJ. H. SCHRØTERSGØTA 7100 TÓRSHAVNE: [email protected]: 235817

WWW.AMNESTY.FO

TØL FYRI 2018MANNARÆTTINDINI 70 ÁR

GÓÐ TÍÐINDI

SAMA ANDLIT – NÝGGJ HØLI UNG FYRI AMNESTY

KENNIR TÚ TÍNI RÆTTINDI?