happing á arbeiðsplássinum

Post on 14-Jan-2016

50 Views

Category:

Documents

12 Downloads

Preview:

Click to see full reader

DESCRIPTION

Happing á arbeiðsplássinum. Norrøna 4.-7. juni 2012. Hvat er happing?. Happing er, tá ið ein ella fleiri persónar regluliga og yvir longri tíð niðra og spotta ein persón, sum ikki fær vart seg!. Happing er ikki. Vanlig arging og skemt, einstakar ósemjur ella hendinga niðrandi gerðir. - PowerPoint PPT Presentation

TRANSCRIPT

Happing á arbeiðsplássinum

Norrøna 4.-7. juni 2012

Hvat er happing?

Happing er,

tá ið ein ella fleiri persónar

regluliga og yvir longri tíð

niðra og spotta ein persón,

sum ikki fær vart seg!

Happing er ikki..

Vanlig arging og skemt, einstakar ósemjur

ella hendinga niðrandi gerðir

Hvør er happari og offur?

Øll kunnu gerast offur - og øll kunnu gerast happarar!

Serliga starvsfólk, sum:

Eru dugnalig Eru nýggj Hava starvið, sum onnur kundu hugsað sær Hava ein leiðara við minnilutakenslum Halda upp á sítt og ikki vilja gera neyðsemjur

Summi eru í størri vanda fyri at verða happað..

1. Tú verður ússalig av at hugsa um arbeiðið

2. Tú ert javnan fyri hørðum atfinningum

3. Fólk rópa eftir tær

4. Tínar villur verða ikki lagdar til viks

5. Tú ert offur fyri slatri og lygnum

6. Tú verður ikki boðin við til frokost ella fundir

7. Tú hevur brúk fyri eyka sjúkradøgum

8. Títt arbeiðið verður sabotereð

9. Ómøguligt skema

10. Onnur taka æruna av tínum arbeiðið

10 tekin upp á happing

At týðandi arbeiðsupplýsingar verða afturhildnir

At fáa arbeiðsuppgávur, sum tú ikki hevur førleika at loysa

At fáa uppgávur við ómøguligum málum ella freistum

At missa ábyrgdarøki til frama fyri minni spennandi uppgávur

Innan arbeiðsøkið

At tíni sjónarmið verða ignorerað

At slatur og óndsinnað sleyg fer fram

At tú ert offur fyri rópum og illsinnisglepsum

At verða eyðmýgd ella hildin fyri spott

Á persónliga økinum

Skipanin av arbeiðinum

Ørkymlan og stress í gerandisdegnum

Vantandi kunning og samskifti

Hvussu broytingar verða handfarnar

Ógreiði í mun til arbeiðsuppgávur

Ógreið virði og normar

Ósjónlig og veik leiðsla

Orsøkir til happing

Mørkini flyta seg

Avleiðingar av happing

Fyri tann happaða

• Sjálvsvirðið verður niðurpínt

• Hugurin at fara til arbeiðis hvørvur

• Skommin nívur

• Tú byrgir teg inni og luttekur ikki í sosialum tiltøkum á arbeiðsplássinum

• Familja og vinfólk verða ávirkað, serliga heima við hús

• Álvarslig persónlig kreppa - tunglyndi, strongd ella aðrar álvarsligar

sálarligar skaðar

• Sjálvmorðstankar og sjálvmorð

Avleiðingar av happing

Fyri arbeiðsplássið

• Starvsfólk tora ikki at finnast at leiðsluni

• Trivnaðurin minkar

• Sjúkrafráveran økist

• Framleiðslan og úrtøkan minkar

• Tænastustøðið minkar

• Útskiftingin av fólki er stór

• Starvsfólk smatta um hvønn annan fyri leiðsluni

Akuttur happitilburður

… tilbúgving fyri álitsfólk

Lurta og hoyr viðkomandi

Spyr inn til

Vís umsorgan og nærveru

Góðtak allar kenslur

Akutt happimál

… tilbúgving fyri álitsfólk

Hin happaði..

.. má ikki vera einsamallur

.. er ikki førur fyri at meta um, hvat ið gerast skal

.. hevur onga tíðarkenslu

.. hevur sum heild mist evnini at meta um

Akutt happimál

… tilbúgving fyri álitsfólk

IKKI..

..fortelja um egnar upplivingar ella at stýra samrøðuni

..bagatelisera

..greina og forklára

..blíva forleygin av kenslum

..avbróta grát ella steðgir

..ákæra ella finnast at tí happaða

Handfaring av happimálum

Happing nívur!

• Leiðslan hevur høvuðsábyrgdina - men uppgávan er felags

• Leiðslan prátar við happara/r, offur og vitni - hvør í sær!!

• Álitisfólk/trygdarumboð eru til staðar

• Lurtið væl, setið orð á, fáið ítøkiligar hendingar og tilburðir fram

• Leiðsla og starvsfólkaumboð orða eina Ítøkilig ætlan fyri, hvussu

• happingin verður steðgað og hvussu tit fyribyrgja endurtøku

• Øll verða kunnað um ætlanina.

Uppgávan hjá álitisfólkinum

… í sambandi við happimál

Bjóða tær at hjálpa starvsfelaga, sum verður happaður

Fá í lag ein fund millum viðkomandi og leiðsluna, har tú ert hjásiti

Setið tykkum í samband við hægstu leiðslu ella fakfelagið um neyðugt

Uppgávan hjá álitisfólkinum

.. Í sambandi við happimál

Skjót upp fyri leiðsluni, at sálarliga arbeiðsumhvørvið á

arbeiðsplássinum verður greinað

Tann happaði skal ikki aftur í sjúka umhvørvið!

Uppgávan hjá álitisfólkinum

.. fyribyrging í friðartíð

Skjót upp fyri leiðsluni, at tit orða greiðar mannagongdir og leiðreglur

um fyribyrging og handfaring av happing

Ein politikkur móti happing kann vera eitt stak gott amboð

Skjót upp, at tit seta ein arbeiðsbólk við breiðari umboðan at orða

happingarpolitikk

Uppgávan hjá álitisfólkinum

.. fyribyrging í friðartíð

Vitan

Fá til vega vitan og førleikar um happing

Vitan um samskifti, konfklikthandfaring, mekling osv. kann vera hent, tá

tit skulu fyribyrgja og handfara happing á arbeiðsplássinum

Uppgávan hjá álitsfólkinum

Tigandi meirilutin!

- Eg eri ikki bangin fyri gerðunum hjá teimum ódnu

- men tøgnini hjá teimum góðu!

Happing á arbeiðsplássinum

Brót tøgnina og sig frá!

top related