leikluturin hjá foreldrafelagnum heimi og skúla aftaná pisa

Post on 14-Jan-2016

60 Views

Category:

Documents

0 Downloads

Preview:

Click to see full reader

DESCRIPTION

Leikluturin hjá foreldrafelagnum Heimi og Skúla aftaná PISA. Lis Mortensen Forkvinna, Heim og Skúli 24.Februar 2007. Líta aftur um bak: foreldur koma inn á skúlan. Nýggja fólkaskúlalógin bjóðar foreldrum inn um skúlagátt Skúlastýrini vóru stovnaði í 2001 Foreldur hava formannskap - PowerPoint PPT Presentation

TRANSCRIPT

Leikluturin hjá foreldrafelagnum Heimi

og Skúla aftaná PISA

Lis MortensenForkvinna, Heim og Skúli

24.Februar 2007

Líta aftur um bak:foreldur koma inn á skúlan

• Nýggja fólkaskúlalógin bjóðar foreldrum inn um skúlagátt

– Skúlastýrini vóru stovnaði í 2001

– Foreldur hava formannskap

– Foreldur kunnu ávirka skúlan

Hvussu hevur riggað higartil?

• Nýggj skipan, sum krevur búning• Skúlin skal venja seg við hesa skipan

• Foreldur skulu finna stevið

• Politikkarar (eisini teir eru lærarar og foreldur) skulu síggja møguleikarnar

• Lítil valluttøka

• Sigvenja í hinum Norðanlondunum er 70 – 120 ár

• Samstarv millum skúlar hevur verið saknað

Tað gongur rætta vegin: foreldraávirkanin økist

• Skúlastýrini hava givið foreldrum økta ávirkan á skúlan

• Spakulig og leitandi byrjan• Samstarv byrjar í Tórshavnar kommunu

2002• Samskifti byrjar millum aðrar kommunur• PISA-hoyringsbólkur í 2005• PISA-arbeiðsbólkur í 2006

Hví meir foreldrasamstarv?

• Endamálið við samstarvinum er ein betri skúli fyri børnini

• OECD-rapport: ”Parents as partners in schooling”, 1997.

• 70 – 30 regulin

• Áhugi hjá foreldrum styrkir avrik hjá barni

• Samstarv er positivt fyri barnið, foreldur og læraran

”Foreldur eru fyrstu og fremstu lærarar hjá børnum

sínum”• Randi H. Jørgensen, ráðgevi í FUG

(Foreldreudvalget for grunnskolen) Noreg

• Norðurlendsk ráðstevna ”Test og evaluering – et redskab for skole/hjem-samarbejdet og læring”. Sep 2006.

• www.heimogskuli.fo (Greinasavn – eftirmeting)

Í Noregi vísa hagtølini:

• Foreldur ivast í uppgávu síni kring skúlan

• 93% koma til foreldrafundir

• 80% eru nøgd við samstarvið

• 30% luttaka í at leggja ársætlan

• 92,3% ansa eftir at børnini gera sítt heimaarbeiðið

• Foreldur vísa minni áhuga fyri skúla-heim-samstarvinum so hvørt sum barni vaksur

Fleiri norsk hagtøl:

• Foreldur halda seg burtur, tá støðan kennist trupul

• Meginparturin av foreldrunum vildu givið sítt íkast, um tey vera kunnaði og fáa góðar orsøkir til at tørvur er á teimum

• 41% siga, at tey gerast glað, tá skúlin biður um hjálp

Leikluturin hjá foreldum

• Skapa gott og stabilt umhvørvi

• Involvera seg í læringina hjá barninum

• Kjakast við barnið

• Eggja barninum intellektuelt

• Hava samband við skúlan

• Deila kunnleika við læraran

• Luttaka í tiltøkum á skúlanum

• Vera við í foreldraarbeiði á skúlanum

Gott foreldrasamstarv• Mennir skúlaumhvørvið

• Styrkir trivnaðin hjá næmingum

• Lættir um arbeiðsbyrðu hjá lærara

• Skapar sjónligheit og virðing fyri læring

• Er ofta ein avbjóðing

• Javnmettar partar

• Krevur íløgu frá fleiri pørtum

Hetta er ein vegur fram!

ForeldrafelagiðHeim og Skúli

• Stovnað í 2006 aftaná PISA

• Skapar samstarv millum skúlastýrini í øllum landinum

• Netverk fyri øll foreldraumboð

• Skapar møguleikar fyri tvívegis samskifti

Tiltrongt samstarv fær positiva móttøku!

Leikluturin hjá Heimi og Skúla

Hugskot:• Menna foreldraávirkan á skúlanum• Skipa fyri tiltøkum fyri foreldrum og øðrum• Netverk fyri góðar royndir og góð hugskot• Skeið fyri foreldraumboð í skúlastýrum• Upplýsandi tilfar til foreldur um skúlan• Skapa fleiri ambassadørar fyri nútímans skúla

Nógvir møguleikar

um karmar koma

Hvussu koma vit víðari?

• Samstarv við kommunur, mentamálaráðið og nógvar partar í samfelagnum

• Fígging til virksemið

• Hølir til skrivstovu

Foreldur ynskja at vera við til at lyfta føroyska skúlan

top related