bØnarlØtan - kbs.fokbs.fo/files/bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „pain of the...

16
BØNARLØTAN September 2013 28. árg. 1. Sunnudagur 1. Kong. 7.27-51 Páll Poulsen, umboð fyri myndugleikarnar og onnur á veg við Juvel at síggja nýggju leguhúsini í Nimerialik og arbeiðið millum børnini. Bønarløtan ynskir leguni í Nimerialik hjartaliga tillukku og Guds signing!

Upload: others

Post on 17-Jul-2020

4 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

BØNARLØTANSeptember 2013 28. árg.

1. Sunnudagur 1. Kong. 7.27-51

Páll Poulsen, umboð fyri myndugleikarnar og onnur á veg við Juvel at síggja nýggju leguhúsini í Nimerialik og arbeiðið millum børnini.

Bønarløtan ynskir leguni í Nimerialikhjartaliga tillukku og Guds signing!

Page 2: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

KRINGVARPIÐ 6. okt. útvarpsmøti, Zarepta 27. okt. sjónvarpsmøti, Ebenezer, Tórshavn

RÁS 2:Sunnukvøld. . . . . . . . . .kl. 21.00 . . . . . . . . . .Kelduvaðið

endursent hóskvøld kl. 21.00Týskvøld . . . . . . . . . . . .kl. 21.00 . . . . . . . . . .Á torginum

endursent sunnudag kl. 12.30

2. Mánadagur Ápost. 28.16-31

SKOTLAND, MotherwellGLO, Tilsley CollegeDorit og Simon MarshallFerðin við summarliðnum til Barce-lona í juli gekk væl. Harrin signaði tíðina har. Ein genta tók ímóti boðskapinum um frelsu. Skúlin byrjar aftur 2. sept. Biðið fyri næmingunum, at hetta verður eitt læruríkt ár, og at teir koma at kenna Harran betur. Simon skal vitja allar næmingar, sum eru á øðrum ári, har teir eru í tænastu hendan mánaðin. Dorit hevur nú eisini ábyrgdina av matarskránni og innkeypi num á skúlanum.

SERBIA, KursaraJórun og Kalli JacobsenVit bæði fara aftur til Serbia í sept. Biðið fyri okkum og okkara heilsu. Biðið fyri býunum Despotova, Kuzura og Djurovo, har vit hava okkara tænastu.www.balkanhjalpin.org

Page 3: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

3.Týsdagur 1. Kong. 8.1-21

FØROYARBirgit og Svenning av Lofti21. aug. fóru Birgit og eg til Danmark-ar at vitja føroyingar, soleiðis sum vit hava gjørt so ofta áður, bæði sjálv og saman við øðrum. Vit verða í Danmark til 8. sept. og fara eisini at taka lut á møtum. Meðan vit eru í Danmark, fer Svenning til Skotlands at vera við til eina samveru í Dalry, føðibýi William Gibson Sloans, tann 4. sept., sama dag, sum Sloan varð borin í heim fyri 175 árum síðani.– Lis og Zacharias Zachariassen– Annika og Poul Færø– Maria og Jens Bech, Ester 13, Jan 11

4. Mikudagur Sálmur 63

FØROYARRutt og John í SkemmuniVit takka Harranum fyri øll, ið á ymiskan hátt hava verið við í arbeiðnum á Zarepta í summar. Harrin hevur aftur í ár signað ríkliga! Leguarbeiðið heldur fram í hesum mánaðinum við bíbliuskeiði, kvinnustevnu, mansstevnu og hjúnastevnu.– Elin og Jógvan Jacobsen, Rutt 12, Agnas 10, Boas 6– Unn og Jógvan Zachariassen

PAPUA NÝGUINEA, SorimiCarol og Poul JoensenJonathan Daniel 13, Ísak 10Í dag fyllir Andrew Jensen 17 ár.

Page 4: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

5. Hósdagur 1. Kor. 7.21-40

FILIPSOYGGJAR, Balabak, BualCathy og Jógvan J. RasmussenVit eru Gudi takksom fyri eina góða NTM-ráðstevnu í juli í Noregi, fyri Parola 2013 í Italia og fyri samfelag við familjuna. Vit koma til Føroya fyrst í sept. í umleið ein mánað. Í okt. fara vit at hjálpa okkara toymi á Filipsoyggjum. Vit vegleiða eisini í bíbliutýðing. Í nov. fer Jógvan Júst tvær vikur til Papua Ný Guniea í sambandi við ráðgeving fyri NTM. Biðið fyri ætlanini at geva Molbog-bíbliuna út sum ljóðútgávu í mars 2014.

ÍSLAND, Reykjavík, AkurinnRósa og Jógvan PurkhúsAkureyri, Sjónarhæð, Ástjørn

6. Fríggjadagur 1. Kong. 8.22-40

DANMARK, Hirtshals, MaltaAnna og Hans DjurhuusIngrid Tove 16, Petur Gullak 14Sunnudagsskúlin og ungdómsmøtini eru nú byrjað aftur eftir summarsteðgin. Biðið, at Harrin sig-nar barna- og ungdómsarbeiðið her. Føroysk møtir verða í Aalborg 7. sept., í Esbjerg 14. sept. og í Vejle 15. sept.

MEKSIKO, Mixtec, OaxacaInga McKendry

Page 5: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

7. Leygardagur 1. Kor. 8.1-13

GRØNLAND, Juvel IIAnna og Óli SteinbergTúrurin við Juvel II úr Nuuk norður í Diskovíkina og aftur til Nuuk gekk væl. Fleiri grønlendingar hava verið við, t.d. Sára úr Kitsisuarsuit (Hundeøerne) við 3 børnum, ið eru 10-15 ára gomul. Trý systkin í tannáringaaldri úr Qasigiannguit (Christianshåb) hava nú eisini verið við triðja árið á rað. Tey verða vónandi framtíðar boðberar í Grønlandi. Vit hava hoyrt fleiri jaligar viðmerkingar frá fólki um tænastuna hjá Juvel II. Nú eru vit farin til Suður- og Eysturgrønlands. Vit vænta at verða heima um 25. sept.

8. Sunnudagur 1. Kong. 8.41-66

USA, North Carolina,Charlotte, Calvary ChurchGudny og John MunroNú byrjar alt aftur eftir summ arið. Vit hava nógv nýtt á skránni at bjóða fólki, og nógv fólk krevst at fyrireika til tøkini. John talar tvær ferðir hvønn sunnudag. Sendingarnar „Back to the Bible“ byrja aftur 9. sept. Tær kunnu hoyrast á: www.backtothebible.org

ONGLAND, Birmingham, OMClaire og Craig Niclasen, Elizabeth 7, Rebekah 5, Lydia 3

ONGLAND, NTM North CotesLiz og Ragnar Niclasen

Page 6: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

9. Mánadagur 1. Kor. 9.1-27

DANMARK,Keypmannahavn, KristnastovaDora og Niels Pauli Nónstein, Sigrid 5, Andreas 4, Kristina 2 Kristnastova varð trýstspulað og málað í august. Hetta var stór arbeiði. Vit takka fyri hjálpina úr Føroyum og frá útiset um her í býnum. Eitt nýtt skúlaár er byrjað, og vit biðja, at hetta verður eitt andaliga gevandi ár bæði fyri gamlar og nýggj ar úti setar. Hugnaløta fyri nýggjar útisetar verður 18. sept. Árliga legan hjá Kristnastovu verður 17.-20. okt.; tørvur er á køks-fólki til leguna.

DANMARK, MåløvSara og Andrew BerghamarHannah 14, Eva 13, Miriam Joy 10, Noah 7Í dag fyllir Lydia Vang 15 ár.

10. Týsdagur 1. Kong. 9.1-28

ONGLAND, NTM North CotesErla og Ingvard Petersen,Súsanna 16, Natan 10Skúlaárið 2013/14 á North Cotes College byrjar 4. sept. Tilsamans eru 59 næmingar á skúlanum, 37 á bíbliuskúlanum, 16 á trúboðaravenjingini „Cross Cultural Communication“ og 6 á málskúlanum. Vit takka Harranum fyri hvønn einstakan næming. Biðið fyri starvsfólk unum, ið byrja nýtt ár. Nýggju næmingarnir møta nógvum krevjandi avbjóðingum.Í dag fyllir Ezra Lukama 5 ár.

Page 7: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

11. Mikudagur Sálmur 64

FØROYARShamila og Høgni Johannesen, Joy 11, Adonia 5Summarið hevur verið væl eydnað. Serliga Teen Street, har um-leið 700-800 luttakarar komu til trúarverjuskeiðini. Vit hava gjørt ein facebookbólk og facebooksíðu, har vit kunnu fylgja ungdómunum, sum komu til fyrilestrarnar. Hetta er ein síða, sum gevur okkum møguleika at samskifta við ungdóm ar og ungdómsarbeiði í Evropa. Shamila og børnini høvdu eina væl-eydnaða ferð í Pakistan. Læknarnir umhugsa nú næstu skurð-viðgerðina hjá Adoniu. Hon var annars útsett til 12 ára aldur.

12. Hósdagur 1. Kor. 10.1-15

ONGLAND, CornwallAnna og David RoddaVit vóru fegin at hitta so mong á vitjan okkara í Føroyum, hóast Anna sam stundis var nógv hindrað av pínu. Afturkomin til Cornwall er hon nú við at koma fyri seg aftur. Biðið, at læknarnir fáa vís dóm at hjálpa. Dubby mennir evan-gelisku heimasíðuna www.ultimateanswers.org við leinkjum til videoklipp á Facebook og YouTube. Vit vildu fegin, at onnur, serliga yngri trúgvandi, hjálptu til í arbeiðnum at luta boð-skap in um Jesus ígjøgnum elektroniskar miðlar. Vit vóna at gera 15 videoklipp innan ársskiftið. Biðið, at Harrin vegleiðir Charlton í hansara framtíðar ætlanum.

Page 8: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

13. Fríggjadagur 1. Kong. 10.1-29

GRØNLAND, QaqortoqMari og Janus í LøðuniJógvan Karstin 5, Silja 2, Ísak 1Barnamøtini byrja aftur í sept. og halda á í 9 vikur. Biðið, at børnini, ið vóru á legu, koma til barna-møt ini. Tey eru í fleiri aldursbólkum og hava ymiskan tørv. Tørvur er eisini á fleiri hjálparfólkum. Vit hava enn møgu leika at hava barnamøtini á sjómansheiminum. Okkum báðum, Mari og Janusi, tørvar dirvi og vísdóm, nú veturin nærkast. Mari er byrjað sum flokslærari og næstformaður í pedagogiska ráðnum á skúlanum. – Cecilia og Jonhard Poulsen (fj.a.)

GRØNLAND, Qaqortoq, Marjun og Páll Poulsen

14. Leygardagur 1. Kor. 10.16-11.1

GRØNLAND, NuukJonna og Hans SivertsenVit eru takksom, at legurnar gingu væl. Vit høvdu eina barna-legu, eina ungdómslegu, eina náttúrulegu, eina familjulegu og skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth Bolton frá OM bíbliutímarnar. Harrin signaði. Biðið fyri samkomuni, at vit fáa náði at hjálpa teimum, sum vísa áhuga.

DANMARK,Ruth og Valdemar Lützen, Anton 13, Markus 8

Page 9: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

15. Sunnudagur 1.Kong. 11.1-22

UGANDASolveig og Daniel KindaVit hava verið í farloyvi í USA, men verða aftur í tænastuni í Uganda mið-skeiðis í sept. Vit hava higartil arbeitt innan fongsul, sjúkra hús, útvarp og evangelisering í bygdum.Í dag fyllir Kano Mortensen 4 ár og Sigrid Nónstein 6 ár.

16. Mánadagur 1. Kor. 11.2-16

DANMARK, KeypmannahavnSusan og Øssur Berghamar40 ár eru nú liðin, síðani vit byrjaðu at savna føroyingar til fríggjakvølds-samkomur á Oxford Allé á Amager, har Kristnastova var tey fyrstu árini. Vit gleðast um, at Harrin hevur kenst við verkið hesi mongu ár, og at vit framvegis kunnu vera við á ymiskan hátt. Í sambandi við hesi 40 árini verður skipað fyri serstøkum tiltøkum í heyst. Takk fyri, øll tit, ið framvegis minnast verkið og okkum í bønum tykkara! [email protected]

NIGERIA, Ankpa,Shino og Hallur MortensenKano 3, Nana 124. sept. fara vit aftur úr Før oyum til Onglands. Hallur heldur á at lesa gud-frøði. Biðið, at vit sum familja megna allar broytingarnar fyri framman. Hugsið serliga um genturnar og Shino, sum er við barn.Í dag fyllir Silja í Løðuni 3 ár.

Page 10: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

17. Týsdagur 1. Kong. 11.23-43

USA, New Tribes Mission, AlabamaJudy og Óli á Grømma Jacobsen19. sept.-8. okt. eru vit í Noregi. Vit hava møtir í Blindheim, Valderøj, Hold hus, Kristiansand, Kongsmo, Bergen og aðrastaðni eisini. Harumframt skal eg hava fundir við NTM-leiðsluna í Noregi og við nakrar samkomuleiðarar. Síðan liggur leiðin til Dan-mark ar í eina viku og so til Teilands í fleiri vikur. Væntandi koma vit heim til Føroyar um miðjan nov. Fyrru helvt av sept. fyri reika vit okkum til ferðina, sum varar í 3 mánaðir. Av tí at Judy er skrivari hjá báðum altjóða leiðslunevndunum hjá NTM, hevur hon altíð nógv at gera, eisini tá vit eru heima við hús.

18. Mikudagur Sálmur 65

RUSSLAND, MoskvaGuðrun og Ivor Tutty Daniel 16, Sonja 14,Timothy 14, Karina 11 Vit eru øll glað um aftur at vera í Írlandi. Børnini byrja í nýggj um skúlum og gleða seg. Ynski okkara er, at vit lurta eftir Harrans leiðslu, nú vit fara at vitja samkomur, familju og vinir.

ITALIA, Sant’Elia Heidi og Regin Guttesen, Noah 11

SVEIS, Nyon, Westlake ChurchJeanette og Solomon MaguraÍ dag fyllir Svend Petersen 5 ár.

Page 11: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

19. Hósdagur 1. Kor. 11.17-34

TURKALAND, IstanbulAnnika og Stephen EverettFyrireikingarnar til summartiltøkini hava gingið væl. Vit hoyra frá toym-unum, at tey møta mongum turkum, sum hava áhuga í evan-geliinum. Harrin hevur trúliga fyrireikað hesar samatalur. Bið-ið, at mong taka móti boðskapinum um frelsu og nýtt lív.

20. Fríggjadagur 1. Kong. 12.1-33

PAPUA NÝGUINEA, MadangPhilip HansenBróðir mín Hans giftist í summar. Tað eydnaðist mær at verða við og sam-stundis eisini at vitja vinir, familju og samkomur í USA. Síðan eg kom aftur til PNG í juli, havi eg leitt arbeiðið hjá teimum innføddu, sum røkja og ansa eftir ogn unum hjá NTM. Harumframt skipi eg fyri vøruflutningi til trúboðarar, sum vit stuðla hiðani úr Madang. Mær tørvar áhald andi at finna styrki í Harranum.

PAPUA NÝGUINEAWina og Benjamin Hansen, Noah Elias 1

New Tribes Mission, Nebraska, USARachel og Peter Hansen,Daniel 16, Steffan 14, Caleb 11

Page 12: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

21. Leygardagur 1. Kor. 12.1-13

OM, Anita og Oddmar TausenVit eru takksom, at øll summartiltøki-ni eydnaðust so væl. Nú er nógv arbeiði at gera, sum liggur á láni. Síðan fara vit at fyrireika nógvar spennandi toymisferðir í 2014.

FRAKLAND, Nantes, OMCecile og Jóhannis Mortensen, Sarah 2

22. Sunnudagur 1. Kong. 13.1-34

FILIPSOYGGJAR, NapludMonika og Tim SharpRagnhild 9, Rebekka 8, Hanna 5Síðst í sept. verður ein trúboðarastevna her á Palawan. Biðið, at hon gongur væl, og at bæði børn og vaksin mennast í trúnni og fáa styrki at halda á í tænastuni. Vit ætla okkum inn aftur í ættarbólkin eftir stevnuna.

23. Mánadagur 1. Kor. 12.14-31

OM, Logos HopeLogos Hope er í Sri Lanka til 23. sept., tá leiðin liggur til Oman. Dávid Petersen úr Fuglafirði fór umborð hálvan aug. Jakobina og Hjalmar Andreasen og synir teirra Theodor og Rani eru framvegis umborð og trívast væl.

TEILAND, Chiang MaiCorine og Sørin JoensenEli 8, Aron 1

Page 13: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

24. Týsdagur 1. Kong. 14.1-31

FØROYARVanja og Svein Petersen, Jenny 6, Svend 5, Terji 1Vit hava saman við øðrum leigað hølið hjá Arbeiðarafelagnum í Hvalba til m.a. barnamøti, sangløtur og løtur saman við alko-holikarum, ið aftur fara undir vanligt lív eftir viðgerð. Vit fara væntandi til Danmarkar á evangeliska ferð við sangbólkinum Kelduni í nov. og ætla at vitja Esbjerg, Vejle og Hirtshals. Vit vænta fjórða barnið í jan.– Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi– Else og Poul Johan Djurhuus– Anna Maria og Rógvi Joensen, Karl 15

ZAMBIA, NdolaNanna og David LukamaJosiah 9, Micah 6, Ezra 5, Uhenya 2

25. Mikudagur Sálmur 66

DANMARK, Kongens Lyngby,Jan og Anne ZachariassenVit eru framvegis í Kristent Fællesskab í Rødovre, halda møtir og hava bíbliu-undirvísing. Vit vitja andaliga áhugað fólk í Jútlandi eina ferð um mánaðin. Okkum tørvar nýggja teldu til filmsupptøku og forrit fyri betur at kunna gera bíbliuvideo. Vit læna skriv stovu frá OM, har Andrew Berghamar er leiðari.

SENEGAL, TongiaLív Poulsen (f )

Page 14: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

26. Hósdagur 1. Kor. 13.1-13

KANADA, Good Seed InternationalJudith og Allan EllingsgaardBenjamin 9, James 7, Micha David 3Takk fyri forbøn og fíggjarligan stuðul. Vit hava tað gott, og arbeiðið við GoodSeed gongur væl. Steve, sum arbeiddi saman við mær at framleiða tónleik, bleiv sjúkur og gjørdi av at flyta heimaftur til USA. Biðið fyri honum. Tað er ikki lætt at fara frá einum arbeiði, sum ein brennur fyri.

GUINEA VESTURAFRIKA, Tarencha, NaluMarion og Hans Arni Jensen Andrew 17, Jens Allan 12, Ryan 4

27. Fríggjadagur 1. Kong. 15.1-34

FILIPSOYGGJAR, Mindanao, Anja NielsenEg eri takksom fyri ta hjálp, eg fái her at læra málið. Takksom eisini, at eini hjún kunnu vera her frá des. til og við feb. Vinar-liga haldið á at biðja, at onkur kann hjálpa til her frá mars til og við juni, meðan eg eri heima í farloyvi.

Útgevari: KBS (Kristniboðssambandið) Blaðnevnd: Róland í Skorini, ábyrgd, Selma Godtfred, Heidi Vang,Durita Olsen, Kristianna J. Heinesen, Ása Ósá, Hanna og Sigurð Ó. Vang.Avgreiðsla: Óla Hendrik av Fløtum, tel. 312522.Uppseting: Palli Skorheim, tel. 225558.Myndasavn: [email protected]

Page 15: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

28. Leygardagur 1. Kor. 14.1-20

PAPUA NÝGUINEA, Mengen, LeleAnnika og Simon FlanaganNya 5, Noah 3, Karis 0Biðið, at Karis, ið var fødd í august, megnar at mennast og vaksa nátúrliga eftir álvarsomu og umfatandi hjartaskurðvið-gerðina, serliga at hon ikki fær bruna ella verður rakt av aðrari sjúku.

VENESUELANurimar og Jóhannus Frants Poulsen– Dania og Símin í Túni (fj.a), Isabel 16

29. Sunnudagur 1. Kong. 16.1-34

OM, Anita og Oddmar TausenVit hava avgjørt at fara úr TeenStreet leiðsluni 1. sept. fyri betur at hava tíð til allar tær uppgávur, sum OM Føroy ar krev-ur av okkum. TeenStreet og ungdómur eru framvegis okk ara hjartamál. Biðið um vísdóm, nú vit arbeiða við at seta eina nýggja TeenStreet leiðslu.

(v) = í venjing (f ) = í farloyvi (fj.a) = fjararbeiðandi

Prent: Føroyaprent, tel. 314555.Teldupostur: [email protected]íða: www.kbs.fo

©KBS.Loyvt er at endurgeva tilfarið, um keldan verður nevnd.

Page 16: BØNARLØTAN - kbs.fokbs.fo/files/Bonarlotan-sept13-epaper.pdf · skeiðið „Pain of the heart“, sum Absalon og Poulina skipaðu fyri. Til ungdóms- og familjuleguna hevði Gareth

30. Mánadagur 1. Kor. 14.21-40

GRØNLAND, QaqortoqMari og Janus í LøðuniJógvan Karstin 5, Silja 2, Ísak 1Vit eru takksom fyri tey 28 børnini, sum á fyrsta sinni vóru við á nýggju leguni í Nimerialik. Vit eru eisini glað, at tað eydnaðist at hava 6 dreingir á náttúrulegu. Alt gekk væl, og vit høvdu sera góð hjálparfólk!

Brita og Anna á Váli Smithsaman við gentum á leguni.

Sjúrður Olsen hevurfingið nýggjar vinmenn!

Mari í Løðuni undirvísir á grønlendskum íNimerialik.