ebenezer blaðið oktober 1

4
Christmas Child 25. oktober Nú nærkast ðin, tá skógva- eskjurnar verða savnaðar. 25 ok- tober er seinasta freist at lata skógvaeskjurnar inn. Á hvørjum ári er spenningur um, hvussu nógvar skógvaeskjur verða innsavnaðar, og vónandi verður árið í ár met ár. Samfelagsmøtini 2009 Í døgunum 4-8 november verða samfelagsmøni í høllini á hálsi. Evnið í ár er: Nú er ðin l frelsu, vøkstur og tænastu. Fyrireikarnir vóna at samfelagsstevnan í ár verður eins góð og signað sum tær undanfarnu. nr. 8 07. Oktober 2009 “Øll ynskja at liva leingi, men ongin dámar at blíva gamalFrítíðararbeiði! Týsdagin 20. oktober byrjar frítíðararbeiði aftur. Hvørt ár koma heilt nógv børn til frítíðararbeiði, og neyðugt er við nógvum hjálparfólki. Tey ið eru áhugað at hjálpa verða biðin um at ringja 315854 ella 314343.

Upload: richard-schwartson

Post on 08-Mar-2016

249 views

Category:

Documents


6 download

DESCRIPTION

Ebenezer blaðið kemur út 2 ferðir um mánaðin

TRANSCRIPT

Page 1: Ebenezer blaðið oktober 1

Christmas Child 25. oktober

Nú nærkast tíðin, tá skógva-eskjurnar verða savnaðar. 25 ok-tober er seinasta freist at lata skógvaeskjurnar inn. Á hvørjum ári

er spenningur um, hvussu nógvar skógvaeskjur verða innsavnaðar, og vónandi verður árið í ár met ár.

Samfelagsmøtini 2009

Í døgunum 4-8 november verða

samfelagsmøtini í høllini á hálsi. Evnið í ár er:

Nú er tíðin til frelsu, vøkstur og tænastu.

Fyrireikarnir vóna at samfelagsstevnan í ár verður eins góð og signað sum tær undanfarnu.

nr. 8 07. Oktober 2009

“Øll ynskja at liva leingi, men ongin dámar at blíva gamal”

Frítíðararbeiði!

Týsdagin 20. oktober byrjar frítíðararbeiði aftur. Hvørt ár koma heilt nógv børn til frítíðararbeiði, og neyðugt er við nógvum hjálparfólki. Tey ið eru áhugað at hjálpa verða biðin um at ringja 315854 ella 314343.

Page 2: Ebenezer blaðið oktober 1

Hey:) Navn: Anna Helena OtthamarHvar hevur tú verið? Mandritsara, MadagaskarHvussu leingi vart tú har? 5 mánaðirHvat gjørdi tú har? Arbeiddi sum sjúkrarøktar-frøðingur á einum sjúkrahúsið. Hvussu ber tað til at tú fórt hagar?

Eg havi leingi yngst at brúka útbúgvingina hjá mær í hjálpara-rbeiði so tá hesin møguleikin vísti seg var eg ikki í iva um at hetta mátti eg royna.Hvat fert tú at gera nú? Arbeiða her í FøroyumEr enn tørvur á hjálp har? Har er enn stórur tørvur á hjálp. Serliga mangla tey læknar, jarðamøður og sjúkrarøktar-frøðingar.Bønarevni: Biðið fyri leiðsluni á sjúkrahúsinum Tit kunnu vitja heimasíðuna hjá:HVM(Hopitaly Vaovao Maha-faly). www.mandritsara.org.uk

Anna HelenaJudy og Óli á Grømma Jacobsen á møtinum mikukvøldið 14. oktober.

Judy og Óli verða á møtinum mi-kukvøldið 14. oktober. Óli fer fyrst at greiða frá ar-beiðinum í New Tribes Mission í løtuni. Síðan fer Óli at hava nakrar tankar úr Skriftini.

www.ebenezer.fo

Fagnaðarljóð í 2. útgávuTá sangheftið Fagnaðarljóð kom í 2002 við 135 sangum og kórum, var ætlanin, at tað skuldi endurnýggjast eftir 3-4 árum. Nú 7½ ár eru farin, síðan tað varð prentað, er tíðarinnar tonn farin við flestu sangheftunum, og tí var avgjørt at tey ikki verða brúkt longur.Nýggja útgávan av Fagnaðarljóð er farin til prentingar, og ætlandi verður tað tikið í brúk á møtinum mikukvøldið 14. oktober. Tá verður eisini gjørt eitt sindur burtur úr, at vit hava fingið nýtt sanghefti.

“Bíða ikki til í morgin við tí tú kanst gera í dag”

Page 3: Ebenezer blaðið oktober 1

Stuðulstiltakið Sahbai

16. og 17. oktober skipa Noomi og Eli Christiansen fyri asiatiskum marknaði á Torginum í SMS. Møgu-leiki er at keypa turrikløð, taskur, buksur, kryddurtrar og mangt an-nað.Alt yvirskotið frá tiltaknium fer til felagsskapir í Kambodja og Thai-landi, ið hjálpa kvinnum og ungum gentum úr skøkjulevnaðinum. MyndFleiri føroyingar hava vitja hesar felagsskapir, m.a. Anna, Richard og Maria Schwartson, Absalon Absalonsen og Ebba, Jens og Sára Andreassen.

Alt er Guds

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud. Rom 8.28

Longu áðrenn vit vóru fødd, hevði Gud eina ætlan fyri lív okkara. Hann hevur ongantíð verið burturstad-dur - heldur ikki meðan vit enn vóru vantrúgvandi. Tað ið hendi í lívi okkara áðrenn vit tóku við trúgv, verður ikki bara tveitt burtur, men brúkt. Onki fer til spillis í fría trúar

lívinum. Tí nú er alt Guds........Tá vit taka við trúgv broytast vit. Broytingin gjøgnumseyrar okkum - eisini fortíð okkara – bæði tað góða og tað minni góða. Tær upplivingar vit hava havt, kann Gud brúka – bæði okkara hjálparloysi og ok-kara ófullkomileika. Alt hetta kann verða við til at dýrmeta Gud.

Týtt úr bókini ‘God’s Message for each day’ eftir Eugene H. Petersen

www.ebenezer.fo

Sunnudagsskeið 26. okt.

Sunnudagin 26. okt. var skipað fyri sunnudagsskúlaskeiði í Ebenezer. Tað vóru Andrea á Roykheyggi og Malan á Dul Nielsen sum undirvístu. Á skeið-num kom fram hvussu tú greiðir frá sannleikum í bíbliuni fyri børnum og hvussu tú á ein kreativan og stuttligan hátt kan læra børn minnisvers. Nógvir sunnudagsskúlalærar frá Ebenezer vóru til hetta skeið, sum var sera væl eydnað.

“Eg havi ikki virðing fyri tí manni, ið ikki er vísari í dag enn hann var í gjár”

Sitatuni hesa vikuna eru frá 16. Amerikanska forsetanum Abraham Lincoln.

Serlig tiltøk í Ebenezer:10. Oktober- BrúarvígslaHanus S. Rasmussen og Ásla Dam

Page 4: Ebenezer blaðið oktober 1

“Øll dáma at fáa rós”

Ábyrgd: Sjúrður Olsen

Ebenezerblaðið, Niels Finsens gøta 6, [email protected], 311804

www.ebenezer.fo

Barnaansing er til møtini sunumorgum kl. 11.00 ogsunnukvøldið kl. 18.00

Skráin 7. oktober – 21. oktober

Innsamlingin sunnumorgunin: 11. okt. fer til byggi grunnin &18. okt. fer til trúðboðarirKontonr. 6460-153.181.8

Hósdagin 7. oktoberkl. 12.30 Andaktkl. 20.00 Ungdómsmøti “Evangeliskt møti” Símun AbsalonsenSunnudagin 11. oktoberkl. 11.00 Minnismáltíð Harrans Per Mortensenkl. 12.00 Sunnudagsskúlikl. 18.00 Evangeliskt møti Barnasøga og vitnis-

burðaMikudagur 14. oktoberkl. 20.00 Bønar- og lærumøti “Nakrir tankar úr

skriftini”Óli á Grømma

JacobsenHósdagin 15. oktoberkl. 12.30 Andaktkl. 20.00 Ungdómsmøti “Absolutti myndu-

leiki Guds”Zacharias

ZachariassenSunnudagin 18. oktoberkl. 11.00 Minnismáltíð Harrans “Uppgávur í

samkomuni”Oddmar Færø

kl. 12.00 Sunnudagsskúlikl. 18.00 evangeliskt møti Justines EliasenMánadig 19. oktkl. 20.00 kvinnumøtiMikudagur 21. oktoberkl. 20.00 Bønar- og lærumøti