fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

40
FOKUS: HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR FØROYAR, ELLA FÝRA OYAR FJØLNIR MFS | MFS.FO/FJOLNIR | DESEMBER 2010 | 26. ÁRGANGUR | BLAÐ Nr. 2 ÓKEYPIS Føroyska Filmssøgan Helena Dam á Neystabø svarar Small is Beautiful Millum tvær negl toppurin av poppinum mfs-føroyar uppafturtøkan viðmerkingar til upp- skot um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul 3 filmar til tey, ið lesa løgfrøði okkurt gott úr skjáttuni eg match, tú match, jobmatch 2

Upload: mfs

Post on 14-Mar-2016

256 views

Category:

Documents


21 download

DESCRIPTION

Hettar er talgilda útgávan av Fjølnir, árgangur 26, nummar 02 (2010)

TRANSCRIPT

Page 1: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

FOKUS:HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR

FØROYAR, ELLAFÝRA OYAR

FJØLNIR MFS | MFS.FO/FJOLNIR | DESEMBER 2010 | 26. ÁRGANGUR | BLAÐ Nr. 2 ÓKEYPIS

FøroyskaFilmssøgan

Helena Dam á Neystabø svarar

Small isBeautiful

Millum tvær negl

toppurin av poppinum

mfs-føroyaruppafturtøkan

viðmerkingar til upp-skot um broyting í

løgtingslóg um lestrarstuðul

3 filmar tiltey, ið lesaløgfrøði

okkurt gottúr skjáttuni

eg match, tú match, jobmatch

2

Page 2: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

2 | fjølnir desember 2010

Tey flestu okkara hava sitið saman við vinfólki og prátað um, hvussu vónleysar Føroyar eru. Politiska skipanin er sum ein vilst mús við sjóverki, og vit vita akkurát, hvat tey áttu at gjørt í Føroyum. Einasti trupulleikin er, at hugskotini sum oftast bara verða kveistrað burtur við ypptum akslum, og so vóna vit at tað fer at ganga betri aftaná næsta val. Tá koma kanska tey røttu fólkini til, sum veruliga megna at gera nakað.Tað er eisini rætt at vit vóna og vænta okkum nakað frá landinum og

politisku skipanini. Hinvegin er tað skeivt, at vit ikki gera meira fyri sjálvi at betra umstøðurnar. Tað er helst ongastaðni so lætt at koma í samband við politikarar og vinnulív, sum í Føroyum. So hví ikki senda hugskot, blanda okkum uppí og gera vart við, hvat vit vilja hava? Hugskotini og krøvini mugu koma fram, áðrenn nakar kann gera nakað við tey.

Í hesum blaðnum eru nøkur dømi, um hvar og hvussu vit kunnu ávirka Føroyar. Hesi hugskotini eru tó

bara ein brøkpartur av tí, sum vit í veruleikanum kunnu gera – um bara vit vilja. Biðja vit vinfólk hjálpa, gagnnýta felagsskapirnar sum eru og sjálvi bera boðskapin víðari, um vit fáa okkurt hugskot, er tað næstan bara hugflogið sum avmarkar, hvussu stóra ávirkan vit kunnu hava. – Og tá er tað eisin næstan bara hugflogið sum avmarkar, hvussu gott tað kann blíva í Føroyum!

Vegna MFS,Regin Berg, blaðstjóri

ODDAGREININ

ODDAGREININ

ÚTGEVARIMeginfelag Føroyskra StudentaVesterbrogade 17ADK 1620 København Vmfs.fo / [email protected]

COPYRIGHT© 2010 MFSEndurgeving einans loyvd um uppruni er týðuliga viðmerktur.

UPPSETANMartin Mohr Olsen

TALGILT PRENTSp/f Prenta

Á ALNÓTINIHettar blaðið er eisini at fáa á al-nótini við at vitja mfs.fo/fjolnir

BLAÐSTJÓRNAndrias HøgenniBirita í DaliCecilia Nolsøe PoulsenMartin Mohr OlsenRannvá ClementsenRegin Berg (Blaðstjóri)

Regin BergPolitics & International RelationsUniversity of AberdeenBlaðstjóri, Fjølnir

“Alt GONGuR Av pOmmERNtIl í FøROyum!”

Page 3: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

3fjølnir desember 2010 |

INNIHALDSYVIRLIT

04 >> fokus: føroyar ella “fýra oyar”?

09 >> viðmerkingar til uppskot umbroyting í løgtingslóg umlestrarstuðul

12 >> lestraryvirlýsing

14 >> mfs-føroyar, uppafturtøkan

16 >> millum tvær negl

18 >> helena dam á neystabø:ungdómur og útbúgving er okkaratýdningarmesta íløga

22 >> samvinnan

24 >> eg match, tú match, jobmatch

28 >> toppurin av poppinum

30 >> føroyaska filmssøgan

32 >> heimurin er ikki danmørk eina

34 >> small is beautiful

36 >> úr skjáttuni 1966:forvitnisligar kanningar

INNIHAlDSyvIRlIt

Page 4: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

4 | fjølnir desember 2010

FOKUS: FØROYAR ELLA “FÝRA OYAR?”

Í hvørjari útgávu av Fjølnir varpa vit ljós á ein áhugaverdan spurning ella eina hugleiðing, ið MFS heldur vera hóskandi.

Bløðini í sama árgangi lýsa sama evni, og tað eru ymsu limirnir í MFS, sum skriva greinarnar. Hendan árgangin er evnið: “Hugleiðingar um framtíðar Føroyar”.

>>FOKUS

Hevði satt at siga ikki gjørt mær teir heilt villu tankar um, hvar búsetast skuldi eftir lokna lestrartíð – at flyta heim aftur hevur mest sum verið givið. Tá so hugsað verður nærri um, hvørt tað kann lata seg gera, eru fleiri spurningar, ið stinga seg upp - fær man arbeiði, eru tiltøk at fara til eftir arbeiðstíð, fer man yvirhøvur at trívast, o.s.fr.

Um ein kemur úr Havn (miðstaðar-økinum), so sær bjart út… Mentanarlig tiltøk eru í hópatali, arbeiðspláss eru at fáa, bæði privat og almenn, og m.a. Tórshavnar kommuna ger nógv burtur

úr at stuðla árliga Jobmatch-tiltakinum í Keypmannahavn, ið skal eggja útisetum at flyta heim eftir loknan lestur.

Kemur ein úr útjaðaranum og hevur dreym um at flyta aftur til heimbygdina (í mínum føri Tvøroyri), so gerst skjótt svárari at ímynda sær eina framtíð í Norðuratlantshavi. Flutt verður ikki heim fyri einhvønn prís.

’Urtin trívist best, har rótin rann’, sigur skaldið, og satt er tað. Veruleikan er bert tann, at summar urtir hava lættari at festa røtur av nýggjum enn aðrar.

Føroyingar vilja metast sum ein tjóð í altjóða høpi, men hvussu kunnu onnur virða eitt land, sum ikki virðir allar íbúgvar á jøvnum føti? Beiski veruleikin er, at allir føroyingar ikki kenna seg virdar í egnum landi!

FøROyAR ella

FýRA OyAR?

Page 5: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

5fjølnir desember 2010 |

FOKUS: FØROYAR ELLA “FÝRA OYAR?“

TØRVUR Á GREIÐUM ÚTMELDINGUMTað er eyðsæð, at sum gongdin er nú, verður útjaðarin skjótt vónleyst afturútsigldur. Tá suðuroyingar gremja seg um ikki-riggandi bógportur hjá avloysaraskipum, og um tað yvirhøvur verður siglandi um Suðuroyarfjørð komandi dagarnar, so hugsa folk í miðstarøkinum um undirsjóvartunlar millum miðstaðaroyggjar, eyka flogvallir o.m.a. Fyri fólk í útjaðaranum tykist slíkt sum reinir marglætistrupulleikar. Tey bara hyggja at, meðan brúksveitslan heldur áfram.

Skjótleiki og títtleiki er lykilin í dagsins samfelag, tað er øllum greitt. So kann

nakað gerast fyri at standa ímóti rákinum, ella er tað bert lívsins gongd? Skal útjaðarin bara fána burtur og doyggja? Júst hesar spurningar viðgjørdi Dimmalætting í oddagrein herfyri, og hesir mugu svarast sum skjótast. Henda neiliga gongd í útjaðarum kemur fyri nógvastaðni, men skyldmenninir fyri eystan, norðmenn, hava eisini drigist við hesum trupulleika, og eru teir komnir við mótálopum.

Fyri at tálma gongdini eru tiltøk sett í verk í Finnmørkini og sjey kommunum í Norður-Troms, og skulu hesi virka fyri at tálma fráflyting, eggja tilflyting o.a. Nøkur av tiltøkunum eru m.a. hesi:

arbeiðsgevarar sleppa frá avgjøldum av virksemi sínum; lægri skattur verður lagdur á privatpersónar; ískoyti til forskúlalærarar; onki streymavgjald; lagaligar treytir viðvíkjandi afturgjaldi av lestrarlánum o.s.fr. Norðmenn hava sostatt viðgingið, at tiltøk mugu setast í verk, skulu ikki stórir partar av landinum avtoftast.Á almennu heimasíðuni, har greitt verður frá hesum tiltøkum, staðfesta norðmenn, at tiltøkini hava havt eina jaliga ávirkan á útjaðaraøkini1.

1. http://www.regjeringen.no/nb/dep/krd/tema/regional-_og _distriktspolitikk/virkeomrader-retningslinjer-og-regler/virkemidler-i-tiltakssonen.html?id=527171

Helgi EidesgaardSøgu & Mentanar- og MálfrøðiRoskilde, RUC, Kandidatstøði

Page 6: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

6 | fjølnir desember 2010

FOKUS: FØROYAR ELLA “FÝRA OYAR?”

Fyri fimm árum síðani gjørdi táverandi Landsstýrið eina ætlan fyri Suðuroynna, hin sonevnda ’Suðuroyarætlan 2005’. Hendan ætlan hevði 10 punkt, ið skuldu ”… leggja støði undir javnbjóðis kappingarføri og harvið betri vinnu-møguleikum í Suðuroynni”2.

Í dag kann staðfestast, at í besta lagi tvey, møguliga trý, punkt eru framd í verki. Staðfestast kann tískil, at stórur leki er millum ástøði og praksis – í hesum føri eisini bókstaviliga.

Sama ár sum ’Suðuroyarætlan’ Landsstýrisins varð løgd fram, hevði Óli Breckmann ein viðkomandi fyrispurning til hesa ætlan. Hesin fyrispurningur skuldi eisini virka sum ískoyti til kjakið um framtíðarútlitini hjá Suðuroynni og Sandoynni. Í viðmerkingunum, ið fylgdu við fyri-spurninginum, vísti Óli Breckmann á ymisk tiltøk, ið eisini kunnu fremjast, hesum báðum oyggjum at frama. Av hesum uppskotum vóru fleiri meinlík 2. http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=6735&M=News&PID=10949&NewsID=206

teimum, ið norðmenn hava framt. Haraftrat vísti fólkaflokstingmaðurin á, at, eins og aðrastaðni, síggjast skattakrónurnar, ið goldnar verða í ymsu økjunum kring landið, ikki aftur í lokalsamfeløgunum3.

Greitt er, at norðmenn eru nógv betri fyri fíggjarliga, enn føroyingar eru tað, so slík tiltøk verða ikki gjørd í eini handavending. Eitthvørt má tó gerast øðrvísi, enn tað nú verður gjørt, tí tað gongur næstan ikki dagur, har

tað ikki hoyrist um stór sparitiltøk, ið raka útjaðaran meint.

Landsins kosnu politikarar mugu gera sær sjálvum – og síðani Føroya fólki – greitt, um teir veruliga ynskja, at útjaðaranum skal verða lív lagað, við teimum íløgum og átøkum, ið tað ber við sær. Núverandi óvissa er ótolandi og er ein seinførur deyði fyri útjaðaran.

3. http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=1&unr=3&gnr=1659

HIN SØKKANDI SKÚTANRósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, áleggur í hesum døgum Suðuroyar ellis- og røktarheimi at spara milliónir upp á stutta tíð. Hetta hóast Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum, vísir á, at í løtuni standa 20 eldri á bráfeingislista til ellis- ella røktarheim í Suðuroy, meðan uml. 25 onnur hava tørv á umlætting ella heimahjálp. Nú nýtt ellisheim skjótt verður tikið í nýtslu í Vági, høvdu suðuroyingar væntað, at tørvurin fór at verða nøktaður, men soleiðis verður ikki. Í staðin skulu pláss niðurleggjast á Tvøroyri, og fólk skulu sigast úr starvi. Øll plássini verða heldur ikki tikin í brúk á nýggja heiminum í Vági beinanvegin, og hetta er sjálvandi beiskur biti at svølgja hjá kommununum í Suðuroyar syðru helvt, ið hava átikið sær stórar skuldarbyrður av hesi bygging. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur økismenning sum málsøki, men haðani hoyrist onki mótmæli.

Majbritt Mohr sigur m.a. soleiðis um støðuna á eldraøkinum í Suðuroy: ”Fyri Suðuroynna er tað eisini vandamál, at heldur enn at ganga arbeiðsleys, fara uppsøgdu starvsfólkini av oynni at lesa ella virka. Mong teirra koma ongantíð aftur í oynna at búgva. Óhugnaliga úrslitið kann sum frá líður verða, at eldraøkið í Suðu[r]oynni fer at mangla heilsustarvsfólk…”4.

Strandfaraskip Landsins skulu eisini spara, og tað fer at merkja, at túratalið verður lækkað, og ferðaseðlarnir fara at

4 . .http://w w w.a hf.fo/brov/g reinar/eitt%20bakkast%20sparingar%20suduroy%20aug%202010.htm

Page 7: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

7fjølnir desember 2010 |

FOKUS: FØROYAR ELLA “FÝRA OYAR?“

dýrka. Hinvegin tora myndugleikarnir ikki at skera ígjøgnum við kommunu-samanleggingum, sum annars er eitt mál, ið serliga fyri suðuroyingar hevur stóran týdning.

Um alt hetta ikki var nóg tyngjandi fyri Suðuroynna, so stendur í greinini ’Tilfeingisgjald – ein eykaskattur á útjaðaran’ at lesa um nýggja tilfeingisgjaldið, ið skal áleggjast fiskivinnuni. Sostatt verður enn ein stórur steinur lagdur oman á ovurstóru byrðuna, ið útjaðarin noyðist at bera. Havnin sleppur enn einaferð undan, tí út av teimum 77 skipunum, ið eru í føroyska fiskivinnuflotanum, er bert ein verksmiðjutrolari og eittans línuskipið úr Havn. Sostatt er ikki ringt at rokna út, hvør framhaldandi skal gjalda fyri almennu brúksveitsluna í Havn.

Niðurstøðan í áðurnevndu grein – við einum brosi í munnvikanum – er greið: Tilfeingisgjaldið fer at bera við sær enn størri landafrøðiliga slagsíðu, og tað verður ein trupulleiki, tí tað er rætt og slætt ikki pláss fyri fleiri suðuroyingum og norðoyingum aftrat í Havnini5.5. .http://w w w. sudurra s1.com/pages/posts/tilfeingisgjald--ein-eykaskattur-a-utjadaran4676.php

NØGLIN SKAL SETAST Í AFTURSjálvandi er tað ómetaliga torført at gera tað eins liviligt fyri allar borgarar í hesum landi, men tað er ein ábyrgd, ið tað almenna í stóran mun eigur – og skal – átaka sær.

Í seinnu helvt av 20. øld hava Norðurlond verið merkt av einari samfelagsgongd, har sosialu viðurskiftini hava verið raðfest høgt. Sonevnda ’sosialdemokratiska modellið’ er soleiðis innrættað, at øll skulu byrja nøkulunda sama stað – sostatt hava øll á leið eins møguleikar at ávirka egna lagnu tann vegin, tey sjálvi ynskja tað – í vælferðarsamfelagnum. Hví er tað so nógv øðrvísi at ímynda sær, at politikarar nú fara at flyta fokus yvir á landafrøðilig øki, nú tey egaliteru, persónligu málini fyri tað mesta eru komin uppá pláss? Summi eru av tí fatan, at slíkir tankar eru rein tokutala, at tað er nyttuleyst at berjast móti alheimsgerðini (ella globalismuni, sum Ulrich Beck, heimskendur samfelagsfrøðingur, nevnir tey neiligu árinini av hesum ráki). Tó so, um ikki tiltøk setast í verk, sum í minsta lagi royna at betra støðuna (ella varðveita status quo) í útjaðaranum, verður bert miðstaðarøkið eftir um stutta tíð –

og eftir míni meting verða Føroyar fátækari.

Tað kann ikki vera so torført at skilja, at tað er vandamikið fyri eitt fólk, missir tað mentanarliga grundarlagið. Samanhaldið, ið hevur eyðkent føroyska samfelagið í øldir fær eitt álvarsamt skot fyri bógvin, kenna allir føroyingar seg ikki eins nógv verdar. Sagt verður ofta, at føroyingar búgva ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum. Hví so búgva her, meðni? Tað er sjálvandi kærleikin til landið, oynna, heimbygdina, fólkið. Tað er so ikki orsakað av góðum veðri ella lágum skatti, at fólk framhaldandi búgva her. Mentanin, málið og søgan hava so ómetaliga nógv at siga.

“Latið ei søguna doygg ja,goymið hana so væl,í dreing ja sinni og moygg ja,hon mikið útrætta skal.”

Soleiðis yrkti Rasmus Effersøe longu í 1879, og soleiðis syngja føroyingar á Vaglinum hvørja ólavsøku.

Tey, ið stóðu handan tjóðskapar-rørsluna á sinni, løgdu sær hetta í geyma. Uttan virðing fyri tí fólki, ið

Page 8: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

8 | fjølnir desember 2010

FOKUS: FØROYAR ELLA “FÝRA OYAR?”

býr her á landi, og uttan virðing fyri søguni, so er vandi fyri at missa alt á gólvið. Alt gott um framhaldandi stríðið hjá tjóðskaparrørsluni, men eftir mínum tykki skal tað verða pláss fyri øllum føroyingum í hesum visjónum! Skal tað framhaldandi vera Føroyum – ella skal tað heldur verða fýra oyum – føroyingar fara at heiðra á ólavsøku?

TVINNIR ERU KOSTIRNIRFøroyar standa á einum vegamóti, har kostirnir eru tvinnir – virðing fyri øllum landsins borgarum og tí mentanarliga margfeldni, tað ber við sær, ella ein globalismukend, óbeinleiðis kúgan, har ikki pláss er fyri øðrum enn teimum fólkum, ið hava adressu í miðstaðarøkjunum.

Um seinna verður valt, tykist mær, sum føroyingar bert eru nakrir neyðars býttlingar, ið eins væl kundu búð alla aðrastaðni enn á nøkrum tilvildarligum

klettum í Norður-atlantshavi. Gamaní er tað stundum lættari at búgva í Havnini enn aðrastaðni í Føroyum, men hinvegin hevði tað verið enn lættari, um allir føroyingur fluttu til Keypmannahavnar – sæð frá einum cost/benefit-sjónarhorni.At standa saman og stuðla hvør øðrum hevur frá fyrndini verið eitt eyðkenni føroyinga. Hetta so jaliga sereyðkenni er í hesum døgum við at kámast burtur, nú laisséz faire-rákið hjá alheimsgerðini hóttir.

’Nú er tann stundin komin til handa’, kundi ein sagt. Kendi danski rithøvundurin, samfelagsviðmerkjarin og tíðinda--maðurin, Ole Hyltoft, hevur eina greiða feitan av, hvussu samfeløg skulu setast saman, skulu tey virka væl:- ”Jo mere sammenhold der er i et land, jo stærkere er det. Og jo mere tillid der er mellem medborgerne, jo friere er vi, jo mere tør vi være os selv, og jo mere

varieret og farverigt bliver samfundet. Frejdig individuel udfoldelse og socialt sammenhold er ikke modsætninger, men komplementære størrelser.6”

Hóast Hyltoft her skrivar í einum donskum høpi, so er onki at ivast í, at orð hansara hóska til eitthvørt samfelag á fold. Sum nú er, samsvarar føroyska samfelagið ikki við orð Hyltofts. Álit trýtur, og sostatt stendur sosiali kapitalurin fyri svinni í dagsins samfelag. At flyta heim eigur ikki at merkja tað sama sum at noyðast at flyta til Havnar! Gott hevði verið við einum líkinda vali í staðin fyri einum ultimatumi.At búgva í Føroyum verður neyvan á ævini praktiskt, so latum okkum fáa tað besta burtur úr fyri allar landsins borgarar !

– ’Samanhald okkar’ styrki er’. •

6. Hyltoft, s. 48

HeimildirHyltoft, Ole. Tør du være dansk – oder til fællesskabet. Forlaget Hovedland og Ole Hyltoft, Højbjerg, 2009.

Almenna heimasíðan hjá Kommunal- og Regionaldepartementet, ið snýr seg um norska útjaðaran. <http://www.regjeringen.no/nb/dep/krd/tema/regional-_og_distriktspolitikk/virkeomrader-retningslinjer-og-regler/virkemidler-i-tiltakssonen.html?id=527171> 26.09.2010

Heimasíðan hjá Almanna- og heilsurøktarafelagnum. <http://www.ahf.fo/brov/greinar/eitt%20bakkast%20sparingar%20suduroy%20aug%202010.htm> 04.10.2010

Heimasíðan hjá Fólkaflokkinum. <http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=1&unr=3&gnr=1659> 16.10.2010

Heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni. <http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=6735&M=News&PID=10949&NewsID=206> 16.11.2010

Suðurrás.fo – Suðuroyarportalurin. <http://www.sudurras1.com/pages/posts/tilfeingisgjald--ein-eykaskattur-a-utjadaran4676.php> 05.11.2010

Page 9: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

9fjølnir desember 2010 |

vIðmERkINGARtil uppskot uM

broyting í løgtingslóg uM

lestrarstuðul

>> MFS kann sum heild ikki taka undir við broytingunum, ið eftir ætlan skulu fremjast í løgtingslógini um lestrarstuðul. Tó at tað ikki gongur eins væl fíggjarliga og fyrr, meta vit at hallið á fíggjarlógini fyrst og fremst stendst av vantandi viljanum at gjøgnumføra veruligar reformar á øðrum økjum, heldur enn vegna ov høgan lestrarstuðul. Skal ein kortini fremja skerjingar á økinum, eru tað fyrst og fremst fylgjandi atfinningarnar, sum vit hava at uppskotinum.

Page 10: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

10 | fjølnir desember 2010

>> sosialur munurVit meta at tað er skeivt at gera mun á 18 ára gomlum og 20 ára gomlum, eins og uppskotið leggur upp til undir punkt 4 og punkt 6. Hetta er bæði skeivt prinsipielt og sosialt.

Prinsipielt tí at 18 ára gomul eru eins nógv myndug og 20 ára gomul. Foreldrini hava ikki longur ábyrgd av teimum, tey hava rætt til at atkvøða og skulu gjalda fullan skatt um tey arbeiða. Um tey sostatt eru á jøvnum føti við onnur, tá tað kemur til samfelagsligar skyldur, duga vit ikki at síggja, hvussu ein kann rættvísgera at 18 ára gomul fáa verri tænastur frá landinum enn 20 ára gomul.

Ein tílík broyting rakar somuleiðis sosialt skeivt. 18 ára gomul, sum ikki búgva heima, ikki koma frá eini vælhavandi familju og kanska enntá hava eitt barn, hava akkurát líka nógv brúk fyri peningi, sum tey, ið eru 20 ára gomul og eru í somu støðu. Bara tí at fólk eru 18 ár, merkir hetta ikki, at familjan av sær sjálvum vil ella kann stuðla teimum fíggjarliga.  Har er einki, ið juridiskt bindir tey at gera tað.  Tí elvir hetta uppskotið til stættarmun, har ungdómurin ið kemur frá ringum korum antin má leita sær til Danmarkar at fáa sær miðnámsútbúgving, og harvið lættari festa røtur í Danmark, ella má bíða við at fara í miðnámsskúla inntil tey eru 20 ár ella eldri.

Tá tíðinar eru ringar, er tað harafturat torført at finna arbeiði og er tað tí skeivt at ein sosialt illa stillaður ungdómur, kann verða tvungin út í arbeiðsloysi og samstundis ikki hevur ráð til eina útbúgving. Tílíkt hevur keðiligar avleiðingar fyri bæði land og einstakling. 

Tískil mæla vit frá at samtykkja broytingarnar í punkti 4 og punkti 6.

>> ferðastuðulSomuleiðis meta vit ikki, at tað er rætt at skerja ferðastuðulin til lesandi. Hvørki fyri framtíð landsins ella fyri tey lesandi.

At skerja studningin sendur tað signalið, at landið ikki eins fegið vil hjálpa lesandi at koma heim at vitja. Tað er brádliga ikki eins týdningarmikið, at lesandi varðveita sambandið við Føroyar, tó at alt ov fá av okkum koma heimaftur eftir loknan lestur. Harumframt eru viðmerkingarnar til lógaruppskotið ófullfíggjaðar. Meðan tað passar, at tað ber til at fáa bíligar ferðarseðlar heim til Føroyar úr Danmark, so eru tað langt frá øll, sum kunnu keypa hesar ferðaseðlarnar. Hjá summum eru teir útseldir, summi vita ikki nær royndirnar hjá teimum eru fyrrenn seðlarnir dýrka og so eru tað tey, sum ikki eru í Danmark. Flogseðlar allanvegin heim til Føroyar úr t.d. Bretlandi, kosta vanliga meira enn tær 4.000 kr,- sum verða latnar lesandi í Evropa uttanfyri Danmark, eins og flogferðir aðrstaðni úr heiminum til Føroyar sera lættliga kunnu koma uppum tær 5.000 kr,-. Meðan tað framvegis er so, at tað ber til hjá teimum flestu lesandi at vitja Føroyar, so er tað eisini í hesum sambandi tey, sum hava familjur, ið kunnu og vilja stuðla teimum, sum ikki blíva fíggjarligarliga verri fyri av hugskotinum. Restin letur antin vera við at vitja Føroyar (og missur so við og við sambandið við landið), ella eisini gongur tað útyvir lesnaðin hjá teimum, tí tey noyðast at arbeiða ella lata vera við at keypa onkra bók.

VIÐMERKINGAR TIL UPPSKOT UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM LESTRARSTUÐUL

Page 11: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

11fjølnir desember 2010 |

VIÐMERKINGAR TIL UPPSKOT UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM LESTRARSTUÐUL

Var tað veruliga so, at landið kundi spart fleiri milliónir við at skerja ferðastuðulin eitt sindur, og veruliga gjøgnumførdi reformar á økjum so sum fiskivinnu og pensjón, so høvdu vit einki havt ímóti at givið okkara íkast til landskassan. Men tá tað er so lítið, ið kann sparast og tað er torført at finna nakrar veruligar reformar ella ætlanir í fíggjarlógaruppksotinum fyri 2011, síggja vit onga orsøk til at vit við góðari samvitsku skulu kunna taka undir við at skerja ferðastuðulin.

>> fastfryst upphæddTað er skeivt, ikki at prístalsjavna stuðulsupphæddirnar frá Studna. Tílík tiltøk kunnu til neyð góðtakast eitt ár ella tvey, men tá tað er trý ár á rað, tekur prísvøksturin heilt einfalt ov nógv av stuðulsupphæddini. Serliga tá ein hugsar um oljuprísirnar og hvussu nógv dýrari matur er blivin seinastu árini, er tað skeivt at lata studningin standa í stað, og so harafturat reelt minka stuðulin sum heild. Meðan tað er ein “løtt” sparing, ið kanska ikki hevur so nógv mótmæli við sær, so ger tað stigvíst at tað blívur alt truplari at vera lesandi í føroysku skipanini.Eins og við hinum broytingunum rakar eitt tílíkt tiltak sosialt skeivt.

>> studningur ella bankiPunkt 18 í broytingunum mælir MFS somuleiðis frá at samtykkja í verandi líki. Broytingin er prinsipielt skeiv, tí at við henni nærkast lánini frá Studna at vera ein bankaskipan, sum skal geva landinum inntøkur, heldur enn at vera ein skipan, sum stuðlar næmingum. Um tílíkar skipanir veruliga skulu geva landinum inntøkur, heldur enn bara stuðla næmingum, so átti landið heldur at gjørt eina avtalu við bankarnar um eina lániskipan fyri

lesandi. Tað er rætt at hava rentur, sum kunnu gjalda fyri umsitingina av skipanini, men meira enn tað eigur landið ikki at taka fyri lánini. Broytingin rakar somuleiðis sosialt skeivt, av tí at tað aftur serliga eru tey, sum eru sosialt verri fyri enn onnur, sum noyðast at taka lán og kanska eru bangin fyri at tey ikki kunnu gjalda lánið aftur.Vit meta kortini at lógin kann broytast soleiðis, at rentan aftaná at lestrartíðin er av, altíð er 0,5% hægri enn undir lestrartíðini.

>> sum heildSum heild meta vit ikki, at tað er rætt at spara á útbúgvingar økinum. Um ein nakrantíð skal gera tað tiltalandi hjá fólki at lesa, er tað júst tá tað gongur illa fíggjarliga í einum landi. Tað er helst bíligasti mátin at tryggja sær, at arbeiðsloysi ikki veksur og samstundis førleikamennir ein arbeiðsmegina, til tá tað gongur uppeftir aftur fíggjarliga. Skerjingarnar, líka mikið hvussu lítlar tær eru, koma fyrst og fremst at raka tey, sum eru sosialt verri fyri enn onnur. Skal ein kortini spara á økinum, eiga landsins myndugleikar at tryggja sær, at sparingarnar ikki raka tey fólkini, sum veruliga hava brúk fyri studningi. Og sjálvt tá skal viðmerkjast, at vit meta at peningurin, sum ein fær burturúr at spara í lestrastuðli, er lítið av miklum í mun til tað, sum ein kann fáa við veruligum reformum í eitt nú fiskivinnu og almennari umsiting. Fyri ikki at tosa um, hvat tílík tiltøk gera við sambandið og fatanina, sum lesandi hava av Føroyum, tá tey einaferð eru liðug við útbúgvingina. •

Meginfelag Føroyskra Studenta, 11. oktober 2010

Page 12: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

12 | fjølnir desember 2010

TRÍGGIR FILMAR TIL TEY SUM LESA LØGFRØÐI

lEStRARyvIRlýSING

Page 13: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

13fjølnir desember 2010 |

lestraryvirlýsing

Tað er ikki nógv meira enn eitt ár til tað aftur verður val í Føroyum. Tí kundi MFS hugsað sær at vitað,

hvørji valevni ætla sær at arbeiða fyri teimum lesandi. Hvør fer at arbeiða fyri betri umstøðum fyri lesandi undir lesnaði, hvør fer at gera nakað fyri at fleiri koma aftur til landið, og hvør fer at skunda undir, at gransking og hægri útbúgvingar kunnu verða ein meira natúrligur partur av Føroyum.

Flestu politikararnir siga longu sum er, at tey vilja betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi undir og aftaná lesna. Hyggur ein hinvegin at, hvat ítøkiliga er gjørt fyri at fáa fleiri heimaftur, er tað serstakliga torført at finna nakað. Fleiri kunnu lesa í Føroyum og stakir uppihaldarar hava eitt sindur betri livikor. Men sjálvt við tí er einki at taka seg aftur í, at onkrar av størru kommunum, hava gjørt væl meira fyri at fáa fólk heimaftur, enn landið hevur.

Send okkum hugskot

Tí er MFS farið undir at gera eina lestraryvirlýsing, ið vit fara at bjóða valevnunum til komandi val at skriva undir, har vit taka tey týdningarmestu

málini fyri at menna lestrarumhvørvi, fáa fólk heimaftur og byggja eitt veruligt vitanarsamfelag. Vit meta kortini, at tað er skeivt, at tað bara eru tey, sum eru í aðalráðnum hjá MFS, sum eru við til at skriva hesa yvirlýsingina. Tí vilja vit fegin vita, hvat tú heldur er týdningarmiklast at arbeiða við. Er tað at geva PhD lesandi møguleikan til at granska í Føroyum, byggja lestraríbúðir, tryggja sær at ferðastudnignurin er nóg høgur, ella okkurt heilt annað, sum er týdningarmiklast?

Tað kann gera tað sama, um tú bara sendir okkum eini boð við einum orði, ella kemur við eini langari frágreiðing um, hví hetta eru týdnignarmestu málini, og akkurát hvussu vit skulu skriva yvirlýsingina. Vit eru fegin um øll hugskot og viðmerkingar.

Áhaldandi arbeiði

Yvirlýsingin skal ikki skiljast sum, at nú skulu nakrir politikarar skriva undir, og so kunu tey lesandi seta seg afturá, meðan politikararnir skapa okkum fulkomna samfelagið. Endamálið er at fáa fólk inn á ting, sum vit vita, at vit kunnu samstarva við. Sum vit vita, at vit kunnu senda

hugskot til, práta við og menna landið saman við. Tá vit síggja, at har eru fólk, sum veruliga vilja arbeiða fyri málum, ið vit brenna fyri, er tað so nógv lættari at røkka málunum saman. Og um onkur av politikarunum skuldi gloymt, at hon ella hann hevur lovað at arbeiða fyri einum betri samfelagið saman við teimum lesandi og øðrum, so hava vit nøkur ítøkilig lyfti at vísa á. Gera politikararnir hinvegin veruliga nakað fyri at royna at betra um umstøðurnr hjá teimum lesandi, so hava tey tað at vísa á til næsta valið.

Fakta kassi

Hvat?Hvat heldur tú, eru týdningarmestu málini hjá politisku skipanini at arbeiða við, tá tað kemur til lesna og gransking.

Hvar?Send boðini til [email protected]

Regin BergPolitics & International RelationsUniversity of AberdeenBlaðstjóri, Fjølnir

Page 14: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

14 | fjølnir desember 2010

MFS-Føroyanevndin hevur tíverri verið minni virkin tey seinastu árini, men við einari meirjáttan á fíggjarlógini og methøgari upptøku á Fróðskaparsetri Føroya, vóru glottar at hóma.

Um 200 nýggir studentar vóru til innleiðsludagarnar hjá Setrinum,

har MFS luttók í innleiðlsuni. Eggjað varð til at seta á stovn eina MFS-Føroyanevnd, og møguligt formansevni var í uppskoti, men mongum brestur ætlan. Hóast alt, skuldi tað vísa seg, at úrslit spurdist burtur einari MFS-nevnd í Føroyum.

Aftur til teir mongu studentarnar: 

Sum talvan vísir, var (øll greinin er á  www.setur.fo) umsóknartalið methøgt, og tað er bert at fegnast um. Kanska verður hetta framtíðin hjá føroyska samfelagnum, sum ein partur av Visjón 2015? 

Løgtingið gav eina meirjáttan til Setrið, og tað var bert at fegnast um. Samstundis vildi løgtingið eisini hava fleiri miðnámskúlanæmingar. Hetta eru góð tekin, og eftir umsóknartalinum at meta, so er tørvur á einum virknum Setrið í Føroyum, og fólk við ynski um eina útbúgving mangla ikki. Hvussu hetta ynski verður nátt, er ein størri spurningur, ið ikki skal verða viðgjørdur her.

Hóast ljósar tíðir, skuldu myrk skýggj vísa seg á himmalinum. Áhugin og vissan um MFS-Føroyanevnd sýndist at hvørva sum døgg fyri sól. Innleiðsludaganir vóru lidnir, men eingin MFS nevnd í Føroyum. Septembur mánaði gekk,

MFS-FØROYAR, UPPAFTURTØKAN

ÚTBÚGVING UMSÓKNIR 14. JULI 2010 UPPTØKA 16. AUGUST 2010

Lívfrøði 7 49

Jarð- og havfrøði 5

KT-verkfrøði 54

Lærari 83 70

Námsfrøði 65

Sjúkrarøktarfrøði 59 22

Samfelagsvísindi 36 50

Stjórnmálafrøði 15

Søga 16

Føroyskt 31 22

Íalt 371 213

Teitur VágadalSjúkrarøktarafrøðiFróðskaparsetur FøroyaFormaður, MFS-Føroyar

mFS-FøROyAR uppAFtuRtøkAN

Page 15: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

15fjølnir desember 2010 |

MFS-FØROYAR, UPPAFTURTØKAN

Teitur VágadalSjúkrarøktarafrøðiFróðskaparsetur FøroyaFormaður, MFS-Føroyar

men framvegis eingin nevnd. So komu tó eini boð frá Setrinum, og nú skuldi so fundur vera fyri studentar Setursins, um nevnd fyri Føroyar skuldi skipast. Fundurin kom, men tað vóru einans 4 fólk møtt upp. Janus á Ryggi og Rúna Jakobsen, fyrrverandi limir í MFS, vóru eisini møtt upp fyri at greiða frá virkseminum hjá MFS. Tosað var aftur og fram um framtíðarmøguleikar, og hvørji stig eru neyðug fyri at studentarnir í Føroyum skulu gerast meira sjónligir. Avgjørt varð, at ein fundur afturat var neyðugur, til tess at fáa hægri luttøku á nevndarvalinum.

Rikið varð eitt sindur, First Class varð nýtt, men áhugin fylgdi tíverri ikki við. Til næsta fundin tvær vikur seinni, møttu 6 fólk upp, 50 % hægri luttøka, men tað er ikki altíð, at prosentir fortelja so nógv. Nevndin varð skipað og fyrsta málið á skránni varð, hvussu MFS gerst meira sjónligt í Føroyum.

Í hesi bíðitíð millum báðar fundirnar var tó rok á skránni. Løgtingið, hóast sína vælvild fyrr á árinum, hevði hug at trekkja í land aftur, og útbúgving í Føroyum mátti eisini líða undir plenuklipparinum. Hvat endamálið við plenuklipparinum var, var øllum greitt; øll skulu spara. Hvar visjón 2015 var farin, er ilt at siga, men at hyggja langt fram, var so ikki tað løgtingið gjørdi/ger. MFS kom í Eygsjón, og Aðalráðið vísti eisini á manglandi mið og mál hjá landsins valdu. Oman á tað heila hevði HUXA hug til at spenna bein. Hóast tey fegnaðust um uppafturtøkuna av MFS, so kann ein undrast á politikkin hjá HUXA, við síni útsøgn um, at MFS grenjar.

Aftaná hesa eitt sindur turbulentu tíð kann staðfestast, at MFS-Føroyanevnd varð uppafturtikin í tøkum tíma. Hvussu leikur fer, er bert til at finna útav, og vóna vit alt tað besta. MFS-Føroyanevndin fer fyrst at virka fyri

at gerast meira sjónlig, og hetta er av stórum týdningi, um útbúgving í Føroyum skal fara rætt fram. MFS er ein rødd, ið framhaldandi má hoyrast og ikki tagna. At lata politkarar og lektarar avgera einsamøll, er ikki rætt, tí hvat skulu tey gera uttan studentarnar? •

Við studentakvøðuTeitur

Page 16: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

16 | fjølnir desember 2010

MILLUM TVÆR NEGL

mIllum tvÆR NEGlNAVN OG ALDURTurið Maria Jóhansdóttir og eri 24 ár.

HVAÐANI ERT TÚEri er úr Havn – Ternuryggi.

HVAT LESUR TU OG HVAR?Eg lesi sociologi á 3. semestri á universitetinum í Keypannahavn.

HVAT GJØRDI TU ÁÐRENN?Eftir lokið HF-prógv gleddi eg meg at sleppa út í víðu verð; so meðan fólk har

heima eymkaðust um kulda og kava byrjaðu tvær vinkonur og eg okkara 4 mánaða langa ævintýr í Avstralia. Eftir at hava jollað okkum óført í ein mánaða í Avstralsku eysturstrondini takkaðu vit - við sorgblídni - fyri okkum og flugu til Singapore, har vit vóru vikuskiftið yvir, áðrenn leiðin gekk til Thailands. Í Thailandi vóru vit eisini í ein mánaða og ferðaust stórt sæð kring alt landið og upplivdi alt frá fornum leivdum av gamla Khemararíkinum til Full Moon

Party. Næst á skránni var Nepal og sjálvt um meiningin var, at eg bert skuldi vera har ein mánaða, endaði eg at verða har næstan tveir. Eftir eini fimm vikum í Nepal og at hava ferðast við vinkonunum í tríggjar mánaðar, veitraði eg teimum farvæl og fór til Tibet í eina viku og tær til India. Eg kom aftur til Nepal og var har eitt stutt tíðarskeið afturat, men eftir at hava ferðast sjálv í einar tríggjar vikur hitti eg vinkunurnar aftur í Bangkok og so settu vit kósina móti Føroyum.

Page 17: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

17fjølnir desember 2010 |

MILLUM TVÆR NEGL

HVØRJUM TEKST TU VIÐ Í FRÍTÍÐINITað av frítíðini, sum ikki fer til lesing (burdi farið við lesing), tað fer við hugna; saman við vinum og familju, filmum, bókum og ymsum kreativum.

HEVUR TU NAKAÐ GERANDISRÁÐ?Ikki sum so, nei. Á einum museumi sá eg eitt heilt vanligt stopskelti, men um tú vendi tað á ella sást tað úr einum øðrum vinkli, stóð at lesa: STOP being in your own way. Hetta “ráðið” stingur seg ofta upp; at eg sjálv ikki skal verða við til at avmarka mínu egnu møguleikar.

KEYPIR TÚ VISTFRØÐILIGT?Eg hevði ynskt, at eg kundi svarað “ja, avgjørt”, men má tíðaverri viðganga, at eg bara keypi vistfrøðiligt onkuntíð. Ávíkavist tí tað er dýrari og tískil bara keypi tað tá ið tað ikki er nógv dýrari, og tí at eg taki tað, sum eg fyrst komi fram á – eg tími ikki so væl at leita eftir nøkrum ávísum.

HEVUR TÚ ELLA ÆTLAR TU TÆR AT LESA AÐRASTAÐNI?Ja, ætli mær heilt sikkurt at fara at lesa onkra aðrastadni eitt semestur - vónandi verdur tað í New Zealandi.

HVAT HEVÐI TÚ TIKIÐ VIÐ Á LÍTLA DÌMUN?Og eg bara kundi tikið eitt ting við og eg var í heitum klæðum? So hevði tað nokk verið eitt fototól. Ella eitt telt.

LEINGIST TÆR EFTIR FØROYUM?Ja, nokk so illa. Eg vildi tó heldur sagt, at mær leingist heim heldur enn mær leingist eftir Føroyum. Sakni sjálvandi vøkru náttúruna og annad ið hoyrir til í Føroyum , men eg hevði ikki longst so sum eg geri, um familjan ikki var har.

UM ONKUR HEVUR HUG AT LESA TAÐ SAMA SUM TÚ, HVØRJI RÁÐ HEVUR TÚ SO TIL VIÐKOMANDIEg haldi – sjálvsagt – at sociologi er ein spennandi útbúgving, men eisini ein sera teoretisk og nokk so turrislig útbúgving. Eisini er hon sera feit í nógvar mátar, t.d. gera vit sera spennandi tvørgreinaligar uppgávur. Tú kemur at møta nógvum spennandi, deyðum monnum við langum gráðum skeggi!

BESTA TÓNLEIKA UPPLIVING?Uha, torførur spurningur! Ein konsert kann fáa ymsar kenslur fram og tí geva ymsar konsertir ymsar kenslur.

So her má eg nevna alt frá Rammstein (2005) til Hot Chip (2008), Rodger Waters (2008) til Seeed (2006), Páll Finnur Páll (2004) til Muse (2009). Og so ikki minst allar tær hugnaligu og intimu á Gøtusandi. Rokni tó við, at í mei næsta ár verður mín all time favorite, tá ið Rodger Waters framførur The Wall.

HVØRJI MÁL HEVUR TU VÓNANDI NÁTT UM 10 ÁR?Sum so havi eg ikki nøkur konkret mál eg skal náa, men sjálvandi havi eg nakrar dreymar. Tað týdningarmiklasta er, at eg njóti lívið og ikki gevist við at gera tað, eg brenni fyri. “At rejse er at leve” eri eg so púra samd í, og vónandi havi eg upplivað Suðuramerika og Miðeystur tá og eisini havi verið á útveksling í New Zealandi. So rokni eg eisini heilt bestemt við, at eg eigi ein lítlan, fittan hund. Eg hevði elskað at búð í húsunum hjá mammu, har eg eri uppvaksin. Ella kanska í eini fittari føroyskari bygd?

ÆTLAR TU TÆR AT FLYTA HEIM AFTUR?Ja, uttan iva! Gleði meg! •

Page 18: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

18 | fjølnir desember 2010

UNDDÓMUR OG ÚTBÚGVING ER OKKARA TÝDNINGARMESTA ÍLØGA

Tað er gott at síggja, at Fjølnir, tíðarrit føroyskra studenta, aftur er á slóðini og til dystin fús at ávirka okkara framtíðar útbúgvingarskipan.

Hóast vit í ymsum samráðingarstøðum ikki altíð hava verið samd við tey lesandi, so hevur íkastið frá teimum oftast verið bæði konstruktivt og týdningarmikið. Hóast fíggjarkreppan ikki er av, er tað er mín og ætlan samgongunnar framhaldandi at menna útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, so her verður framhaldandi nógv at kjakast um.

OV NÓGV LESANDI UTTANLANDS KOMA IKKI AFTUR Tað er ein sannroynd, at hóast vit kunnu fegnast um, at talið av lesandi í Føroyum økist, so eru tað framvegis uml. 60% sum lesa uttanlands.

Til samanberingar liggja tølini í hinum Norðurlondunum millum 3% og 8%, og 25% í Íslandi. Eisini er okkara ungdómur í meðal yngri, tá farið verður av landinum, og tey eru longri uttanlans enn í hinum norðurlondunum.

Kanningar vísa, at bert umleið helvtin at teimum lesandi uttanlands koma heimaftur til Føroyar. - Tí verður arbeitt miðvíst fyri at venda hesi gongd við at breiðka og fjølltátta útboðið av hægri útbúgvingum í Føroyum og skapa betri granskingarumstøður.

FRÓÐSKAPARSETRIÐ ER MENT – OG MENNINGIN SKAL HALDA FRAMFyrst haldi eg, at vit skulu fegnast um, at tað í 2010 hevur eydnast at økja munandi um útbúgvingarmøguleikarnar á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er

úrslitið av eini uppraðfesting og einum miðvísum átaki at “branda” hægru útbúgvingarnar í Føroyum, og sigast má, at tað eydnaðist væl.

Tilsamans uml. 200 lesandi byrjaðu hægri lestur á Fróðskaparsetrinum á heysti 2010. Í dag eru yvir 800 heiltíðarlesandi á okkara hægru lærustovnum, í 2007-08 var talið uml. 600. So tað gongur avgjørt rætta vegin, og ætlanin er at halda fast um hesa gongd.

Í 2012 er ætlanin at lyfta skipsføraraútbúgvingina og maskin-meistaraútbúgvingina upp á bachelor-støði, eins og vit longu hava gjørt við bæði lærara-, námsfrøðinga- og sjúkrarøktarfrøðiútbúg vingarnar. Vit hava eisini sett skjøtul á nýggjar yrkisútbúgvingar innan matvøruøkið

uNGDómuR OG útbúGvING ER OkkARA týDNINGAR-mEStA íløGA

íløGA í EINA GóðA útbúGvINGARSkIpAN ER EIN FyRItREyt FyRI mENNING, vøkStRI, tRIvNAðI OG vÆlFERð

HElENA DAm á NEyStAbø:

Page 19: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

19fjølnir desember 2010 |

UNDDÓMUR OG ÚTBÚGVING ER OKKARA TÝDNINGARMESTA ÍLØGA

– avgjørt eisini eitt komandi vakstrarøki í útbúgvingarhøpi.

Seturstýrið leggur í løtuni seinastu hond á tann bygnað og ta strategi, sum skal slóða fyri, at útbúgvingarútboðið verður enn meira fjølbroytt, og sum somuleiðis skal tryggja okkara útbúgvingum altjóða viðurkenning.

JÚ - VIT RAÐFESTA ÚTBÚGVING OG GRANSKINGTað er ikki rætt, tá ið tað í fjølmiðlum og aðra staðni verður ført fram og endurtikið, at vit raðfesta ikki útbúgving.Útbúgving og gransking er eitt av teimum heilt fáu økjunum, sum samgongan veruliga hevur raðfest, í alt 40 mió.kr. í 2011. Hetta kunnu vit vera errin av í eini tíð, har hallið á fíggjarlógini er omanfyri hálva milliard krónur.

Saman við samgonguni havi eg lagt stóra orku í at tryggja so mongum sum møguligt eitt lestrartilboð, bæði á miðnámi og á hægri lestri. Faktiskt eru tað 300-400 fleiri undir útbúgving á heysti 2010 enn á vári 2010. Tað er kanska ikki so illa av stað farið, tá ið hugsað verður um, at tað verða framdar stórar sparingar á fíggjarlógini bæði í 2010 og í 2011.

Eitt annað stórt frambrot er semjan um at fara upp í ES-granskingarsamstarvið FP7. Hetta samstarv er ein risastórur møguleiki fyri frambrotum innan føroyska gransking og fyri framburði og nýhugsan yvirhøvur. Tí varð nógv lagt fyri í løgtinginum at útvega eina játtan uppá 8,5 mió.kr. til endamálið – og tað eydnaðist. Nógvar góðar kreftir arbeiða nú við at menna granskingarmøguleikarnar

í Føroyum, og Vísindaráðið fer í næstum at staðfesta ein yvirskipaðan granskingarpolitikk.

SATSA UPPÁ FJARLESTUR EISINIEitt annað satsningsøki er fjarlesturin. Fjarlestur er ikki nýtt fyribrigdi – men eg eri sannførd um, at vit hava

alt at vinna við at menna eina dygga fjarlestursskipan í Føroyum, fyri ikki at tala um tann íblástur, ein tílík skipan vil geva okkum øllum. Okkara lesandi kunnu á tann hátt lesa heilt ella partvís á øðrum lærustovnum og samskipa hendan lestur við lestur í Føroyum. Onnur kunnu eisini koma

Page 20: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

20 | fjølnir desember 201020 | fjølnir september 2010

til okkara, og tøknin er so framkomin í dag, at landafrøðiliga frástøðan ikki átti at verið nakar trupulleiki.

Eg havi sett ein arbeiðsbólk, sum fyrst í desember fer at handa mær eina lýsing av eini føroyskari fjarlestrarskipan, og hvussu vit kunnu samskipa hana við tær stuðulsskipanir, sum eru galdandi bæði her á landi og aðra staðni við.

LESTRARSTUÐULIN TIL HEIMABÚGVANDI

MIÐNÁMSSKÚLANÆMINGAR LÆKKAÐUR

Og so er tað lestrarstudningurin og tann dystur, tað hevur verið at fáa hesa játtan at røkka til øll tey mongu, sum

vilja nema sær eina miðnámsútbúgving ella eina hægri útbúgving í Føroyum. Tá ið fíggjarkarmarnir vóru lagdir á vári 2010 varð játtanin til lestrarstuðul økt við uml. 13 mió.kr. samanborið við játtanina í 2010. Men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Heldur enn at nokta yvir 100 lesandi upptøku í 2010/2011 valdi eg at mæla løgtinginum til eina lógarbroyting,

ið enn einaferð lækkar stuðulin til heimabúgvandi miðnámslesandi. Tá ið broytingin er samtykt, fáa heimabúgvandi miðnámslesandi 1.800 kr. í studningi um mánaðin.

Samanborið við onnur norðurlond eru vit ikki eftirbátar. Ætlanin var eisini at hækka aldurmarkið fyri at fáa tann hægra studningin, um ein miðnámslesandi býr til leigu. M.a. skilagott hoyringarskriv frá MFS, frá miðnámsskúlanæmingum og ein hoyringarfundur við umboðum fyri tey lesandi sannførdu meg um, at hetta

var eitt vánaligt hugskot, og havi eg tí tikið stig til at broyta aldursmarkið aftur.

STUÐULIN TIL SKÚLAGJALD OG FERÐASTUDNINGUR LÆKKAÐURStuðulin til skúlagjald uttanlands er minkaður nakað, men er framvegis tann besta skipanin, sum eg veit um yvirhøvur. Ferðastudningin millum lond hava vit minkað nakað, men framvegis lata vit t.d. 2.400 kr. um árið sum ískoyti til ein ferðaseðil úr Danmark til Føroyar.

LESTRARSTUÐULIN TIL HÆGRI LESTUR ER ÓBROYTTUR - OG ÁBØTUR ERU FRAMDARNú neyðugt var at gera broytingar, havi eg lagt stóran dent á ikki at lækka studningin til hægri lestur og førleikagevandi útbúgving í Føroyum - tvørturímóti. Seinnu árini hava vit sett í verk eina barnsburðarfarloy viskipan fyri lesandi, ískoytisstudning

til lesandi við børnum, og í fjør samtyktu vit ein ískoytisstudning uppá 1.500 kr um mánaðin til einsamallar uppihaldarar undir útbúgving.

UNDDÓMUR OG ÚTBÚGVING ER OKKARA TÝDNINGARMESTA ÍLØGA

Page 21: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

21fjølnir desember 2010 |

Hyggja vit at samlaðu íløguni í lestrarstudning, er hon vaksin úr 84 mió.kr. í 2008 til 110 mió.kr. í 2011. Tað er ein vøkstur upp á 26 mió.kr. í trý ár. Samanumtikið haldi eg, at broytingarnar í lestrarstuðulinum áttu ikki at fingið nakran at slept ætlanini um at nema sær eina miðnámsútbúgving – og als ikki eina hægri útbúgving. Men greitt er, at tað er vorðið truplari hjá nøkrum, og vit skulu vera á varðhaldi og kanna væl og virðiliga, um t.d. inntøku- og stættarmunir í Føroyum tala fyri, at gera aðrar meira grundleggjandi broytingar í lestrarstuðulsskipan okkara. Tað er fram um alt umráðandi,

at tað ikki verður fíggjarstøðan hjá foreldrum, sum er avgerðandi fyri, um tú velur at fáa tær eina útbúgving.

KONSTRUKTIVUR DIALOGUR UM BROYTINGAR ER VEGURIN FRAMFramtíð Føroya er treytað av, at vit framhaldandi menna útbúgvingarskipanir okkara – men framtíðin er eisini treytað av, at vit viðurkenna at Føroyar eru Føroyar – og at tað hevur virði í sær sjálvum.

Á mínum málsøki fara fram nógvar broytingar, samanleggingar og rationaliseringar, og tað er fegnast um tann broytingarsinnaða hugburð, sum okkara stovnsleiðarar, skúlastjórar,

lærarar, onnur starvsfólk og vinnan sýna. Eg ivist ikki í, at við tílíkum hugburði og árræði ber til at berja kreppuna burturav okkum og koma styrkt burtuúr henni.

Vit megna at gera íløgur í okkara virðismiklasta tilfeingi - ungdómin, tí eri eg bjartskygd. Her er brúk fyri øllum góðum hugskotum, ikki minst frá tykkum lesandi, sum eru okkara framtíð. Eg síggi fram til ein konstruktivan dialog við MFS og onnur umboð fyri tey lesandi. •

Tórshavn, 30. november 2010Helena Dam á Neystabø

landsstýriskvinna í mentamálum

UNDDÓMUR OG ÚTBÚGVING ER OKKARA TÝDNINGARMESTA ÍLØGA

Page 22: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

22 | fjølnir desember 2010

SAMVINNAN

SAMAN VINNA VIT6 út av 10 føroyingum, sum fara uttanlanda at lesa, koma ikki heim aftur. Trupulleikin kann loysast við samstarvi millum útisetar og vinnulívið í Føroyum. Men tað tað krevur ítøkiligar broytingar, um hetta málið skal røkkast.

Støðugt meira ljós verður varpað á trupuleikan, at føroysk lesandi ikki venda heim aftur. Her sær felagið, Samvinnan, sína hugsjón, sum eina loysn til trupuleikan. Her vinna tey lesandi, føroyska vinnulívið og samfelagið.

SAMVINNANEin kaldan týsdag í 2007 samdust nakrir føroyskir lesandi um, at her mátti okkurt gerast, tí á Copenhagen Business School manglaði ein felagsskapur fyri lesandi, sum koma úr Føroyum. Hetta var fyrsta stigið til felagið; Samvinnan.Frá fyrstan tíð av var meiningin at skapa ein sosialan felagskap, har

lesandi kundu skapa samband við onnur føroysk lesandi á CBS. Her kundi man spyrja um eitthvørt praktiskt mál innan skúlan ella dagligdagin uttanfyri skúlan. Hesin felagsskapurin hevði, frá fyrsta bríksli av, eina grundleggjandi ætlan; at skapa eitt gott og tætt netverk fyri tann einstaka lesandi á CBS.

Eftir eina tíð sóu limirnir enn ein møguleika við hesum felagsskapinum. Hann kundi eisini virka fyri, at Samvinnan, saman við limunum, fekk eitt gott og tætt samstarv við tað føroyska vinnulívið. Hetta víðkaði um virksemið felagsins, og var í tráð við grundleggjandi endamálið við Samvinnuni; at skapa netverk.

TRUPULLEIKIN Vit hoyra meir og meir um, at føroysk lesandi ikki koma heim aftur eftir loknan lesna í útlondum. Tí vil Samvinnan virka fyri, at vit steðga hesi gongdini, og arbeiða fram í móti at skapa kunnleika um møguleikan fyri at venda heim aftur. Harvið skapa vit í felag eina góða fortreyt fyri vaksandi vitan innan vinnulívinum í Føroyum - bæði ástøðiligari og praktiskari vitan. Tað er ikki nokk, at Samvinnan virkar fyri hesum. Føroyar, sum samfelag, má taka ítøkilig stig fyri at gera landið áhugavert hjá útisetunum at venda aftur til. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, sigur, at Havnin er í harðari altjóða kapping við aðrar høvuðstaðir um fólk við vitan. Í setan síni av Jobmatch 2010, segði Heðin Mortensen:

”Kapping er um vitanina, og í løtuni tapa Føroyar kappingina,

tí bert 4 av 10 lesandi føroyingum koma heim aftur til Føroya eftir loknan lestur”

Tað skal sigast, at teir flestu býinir eru nógv meira áhugaverdir reint arbeiðsliga, og almennu fortreytirnar eru betri. Her kann ein lættari kann seta búgv, økja um familjuna og fáa arbeiði, ið er í tráð við ta útbúgving, ein hevur. Eitt nú er Keypmannahavn ein býur man skjótt kann falla fyri, tí hann hevur so nógv at bjóða, sosialt og vinnuligt.

Samvinnan vil geva Heðini rætt í, at kappingin harðnar altsamt. Tí vil Samvinnan koma við í samstarvinum

Árni Jóhan Petersenstud. HA(kom).CBS

Page 23: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

23fjølnir desember 2010 |

SAMVINNAN

at skapa tær bestu fortreytinar fyri Føroyar í kappingini.

LOYSNINUm vit, sum útisetar, kunnu krevja, at Føroyar, sum samfelag, skal gera nakrar ítøkiligar broytingar, mugu vit eisini taka ábyrgd. Her kunnu felagsskapir fyri lesandi uttanlanda eisini samstarva uppá tvørs av fakligum økjum og landamørkum.

Í sambandi við ritgerðir, bachelor og kanditat, hava útisetarnir ofta ynski um, at sleppa at royna síni evni í føroyskum, almennum og privatum, virkjum. Tað eru nakrar fyritøkur, sum nýta hendan møguleikan, men tað kundi verðið fleiri. Tað tykist ofta

tungt hjá teimum lesandi at fáa svar frá virkjunum, og tá svar kemur, so er tað eitt nei. Ikki at taka av slíkum tilboðum, heldur Samvinnan vera heilt burturvið. Fíggjarliga kostar tað lítið og onki fyri virkir at taka av. Tað einasta, sum eitt virki skal gera, er, at seta tíð av til ásetan av viðurskifitunum partana millum og at lata upplýsingar til tann lesandi. Tað lidna arbeiðið, sum virkið fær, kann síðan brúkast til nakað ítøkiligt í virkinum. Áhugin frá teimum lesandi er har, men áhugin frá virkjunum í Føroyum tykist ikki at vera stórur.

Tað sama er galdandi, tá lesandi skulu í starvsvenjing. Í Danmark eins og aðrastaðni sær man, at virkir, stór sum smá, bjóða seg fram fyri at fáa lesandi. Tey kappast um at fáa fatur á teimum lesandi í tílíkum førum. Tey hava sæð møguleikarnar, sum liggja í hesum, og hava lært at tað loysir seg. Tí heldur Samvinnan, at tey føroysku virkini skulu taka hendan lærdómin til sín.

Loysnin er, at tað almenna skal fyrst kunna bjóða tann sama tryggleikan, sum eitt nú tað danska samfelagið bjóðar. Sjálvandi kostar tað samfelaginum, men hetta er ein neyðug broyting fyri at útisetar skulu venda heimaftur. Hesar útreiðslurnar eru neyðugar fyri at skapa grundalag fyri, at tað verða fleiri íbúgvar í framtíðini, sum saman lyfta fíggjarligu byrðuna hjá Føroyum.

Vinnuligar broytingar skulu eisini til fyri at náa hesum málinum. Áhugin fyri føroyskum virkjum og áhugin fyri at skapa sær royndir í føroyskum viðurskiftum er til staðar hjá teimum lesandi, men virkini eru noydd at verða meira opin fyri samstarvi.

Virkini kunnu brúka arbeiðið hjá teimum lesandi sum liður í at skapa broytingar. Hetta gevur útisetunum størri arbeiðisligar møguleikar at venda heim. Hendan loysnin letur eisini upp fyri møguleikum fyri at vaksa um virksemið.

NIÐURSTØÐAGrundleggjandi endamálið hjá okkum er; at skapa netverk við føroyska vinnulívið, tí saman vinna vit (meira). Samvinnan sær seg, saman við hinum felagsskapunum fyri lesandi uttanlanda, sum ein viðleikari í samstarvinum um at gera Føroyar til eitt meira spennandi stað, har man kann ger brúk av vitanini, sum lesandi hava fingið sær gjøgnum útbúgving og arbeiðsroyndir. Samstundis kann hetta føra við sær, at Føroyar kunnu gerast kappingarførar á tí globala økinum innan vitan. Men her mugu Føroyar eisini lyfta sín part av ábyrgdini. Tað skulu bæði ítøkiligar broytingar í samfelagnum og broytingar av virkishugsan, um Føroyar skulu fáa ágóðan av teimum, sum hava lokið útbúgving uttanlanda. Tí tað er ein ómetaligur møguleiki fyri menning av tí føroyska samfelaginum, sum liggur í hesum ungu fólkunum!

FAKTA UM SAMVINNAN:Samvinnan er felagið hjá føroysku lesandi á Copenhagen Business School og varð stovnað í 2007. Seinastu árini er verulig ferð komin á virksemi felagsins. Vit skriva nú 2010 og alt bendir á, at felagið fær altmeira limir og betri samband við tey føroysku virkini heima í Føroyum. Felagið hevur í løtuni 93 limir og hevur gott samstarv við ymsar føroyskar fyritøkur. •

sí eisini: samvinnan.com

Árni Jóhan Petersenstud. HA(kom).CBS

Page 24: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

24 | fjølnir desember 2010

EG MATCH, TÚ MATCH, JOBMATCH?

Leygarkvøld 9. oktober 2010 - í kvøld skal tað verða! Føroyska vinnulívið hevur gjørt innrás í Keypmannahavn í

einari roynd at fáa flytifuglarnar heimaftur. Konseptið er bygt upp sum “speed-dating” har tað ber til at ganga frá bási til bás og práta við umboð frá føroyska

vinnulívinum.Eg havi lisið uppá á heimasíðuni fyrr um dagin, og tað sær bara lovandi út.

Úrvalið av básum er fjølbroytt, og tað ber enntá til at bóka eina “date” heimanífrá. Let the dating commence!

Sum verða man havi eg alliera meg við eina vinkonu at fylgjast við. Eingin date uttan ein wing-man! Spentar troppa vit upp í Føroyahúsinum, og

Rannvá ClementsenBA JuraKøbenhavns Universitet

EG mAtCH, tú mAtCH, JObmAtCH?

MYNDIR: JOBMATCH / BITLAND

Page 25: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

25fjølnir desember 2010 |

EG MATCH, TÚ MATCH, JOBMATCH?

vit verða blídliga móttiknar av einari damu í durðinum. Vit práta stutt við durðadamuna, og gera síðani av at byrja í kaféini, ið er størsta hølið.

Innkomnar gerast vit tó heldur kløkkar. Hava huga at venda við og spyrja, um vit eru komnar rætta stað. Víst eru básar settir upp, men her eru eingi vitjandi. Einastu fólk í hølinum eru básafólk og fyriskiparar. Í tí vit stíga inn um gáttina steðgar øll samrøða. Øll eygu verða vend ímóti okkum, og í eitt hálvt sekund kundi tú hoyrt eina knappanál verða slepta á gólv. Eftir øllum at døma vóru vit ikki serliga áhugaverdar at síggja til. Básafólkini gera í øllum førum av ikki at heilsa upp á okkum, men halda í staðin fram at práta sínamillum.

Eitt sindur sjokkeraðar gera vit av, at byrja uppiá í staðin. Hóast at vit

nærum noyðast at ganga í gjøgnum ein bás fyri at koma inn uppiá, verða vit ikki møttar við størri blíðskapi enn

í kaféini. Vit fáa ikki so mikið sum ein faldara í hondina.

Áðrenn hetta kvøldið høvdu vit verið av teirri fatan, at føroyska vinnulívið hevur stóran tørv á okkum. At flytifuglarnir eru eitt alneyðugt tilfeingið at fáa “heim”, um Føroyar skal halda áfram at menna seg. Seinastu árini hava vit ikki hoyrt annað, enn hvussu týdningarmikið tað er at fáa flytifuglarnar aftur til oyggjarnar. Men um hetta er sannheit, hvussu ber tað so til, at føroyska vinnulívið á Jobmatch 2010 ikki er serliga áhugað í teimum vitjandi?

Nú er tað ikki so, at eg hevði væntað, at tey fóru at koma rennandi ímóti okkum við opnum ørmum, men hetta er simpulthen ov veikt. Eg havi verið á ymsum øðrum job-messum í Keypmannahavn í míni lestrartíð,

og har er annað skil. Tú fært næstan ikki vent tær, uttan at tú verður shang-hai’aður yvir í ein bás, har básafólk við

ovur-entusiasmu greiða frá um teirra arbeiðspláss og allar tær spennandi avbjóðingarnar, ið eru at finna á júst teirra stað.

Púra paff finna vit okkum ein krók, har nakrir stólar eru skúgvaðir til viks. Um okkurt skal koma burturúr kvøldinum, noyðast wing-maðurin og eg at leggja eina nýggja strategi! Vit gera av at leypa í vaðið og spáka okkum yvir í tann básin, ið vit meta, verða tann mest áhugaverdi. Fólkaliga spyrja vit okkum fyri, hvørt vit kunnu loyva okkum at órógva básafólkini eitt lítið bil. Hóast at tey lata til at vera ógvuliga upptikin av sínum telduskíggjum, játta tey fyrispurninginum og bjóða okkum sess.

Og her byrjar eitt nýtt kapittul! Básafólkini greiða litríkt frá teirra gerandis-starvsdegi, teirra

starvsroyndum og týdningarmiklast av øllum: hvørjar starvsmøguleikar tey kunnu bjóða okkum. Av tí at

Page 26: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

26 | fjølnir desember 2010

EG MATCH, TÚ MATCH, JOBMATCH?

vit eru tey einastu vitjandi, verður framløgan ikki skunda á. Í staðin fyri eina speed-date fingu vit eina drúgva og sera áhugaverda frágreiðing um, hví vit skulu velja júst teirra fyritøku aftan á loknan lestur. Ja, tey greiða enntá frá um møguleikan at arbeiða hjá teimum undir lesnaðinum.

Tað einasta, ið órógvar okkum frá hesi dreymastarvs-date’ini eru hini básafólkini. Tey hava eftir øllum at døma ikki hug at vera í Føroyahúsinum alt kvøldið, so tey

byrja at pakka sínar básar saman, hóast at tiltakið ikki endar fyrrenn um ein tíma. Tann seinasta partin av okkara date við føroyska vinnulívið noyðast vit at rópa upp um skavið og rokið frá hinum básunum.

Hóast lameterilsi frá hinum básunum høvdu vit eina sera produktiva date. Tað er við einum stórum smíli, at vit takka fyri okkum. Vit eru á einum máli um, at júst hendan fyritøkan fær eina umsókn frá okkum, um vit velja flyta heimaaftur til 62”N.

Men hvussu við hinum fyitøkunum? Var hatta veruliga tað besta, ið føroyska vinnulívið hevði at bjóða uppá?

Tiltakið Jobmatch er ein frálíkur møguleiki fyri føroyska vinnulívið at koma í samband við flytifuglarnar og veruliga vísa teimum, at júst teirra fyritøka er verd at flyta heim til. Aftaná at hava luttikið á Jobmatch 2010 eri eg sannførd um, at umboðini frá føroyska vinnulívinum als ikki eru varug við hetta. Tey hava enn

Page 27: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

27fjølnir desember 2010 |

EG MATCH, TÚ MATCH, JOBMATCH?

ikki fatað, at tey skulu eitast at vera gularótin, ið skal lokka flytifuglarnar heimaftur. Allíkavæl eru umboð frá føroyska vinulívinum altíð tey fyrstu at úttala seg í miðlunum um, hvussu týdningarmikið tað er at fáa hesar vælsignaðu flytifuglarnar heim til klettarnar.

Hondina á hjarta tit - um tit vilja hava nakran flytifugl í tykkara fyritøku, so noyðast tit broyta hugsan. Flytifuglar flyta ikki heim aftur, bert tí at tit vilja

tað. Tað skal meira til enn so. Land og kommuna kunnu kanska skapa teir breiðu karmarnar, men tað er vinnulívið, ið heilt konkret skal gera tað attraktivt at koma til Føroyar at arbeiða. Tað eru tit, ið skulu skapa eitt reelt alternativ til eitt lív í útlegd.

Tað er eingin ivi um, at føroyska vinnulívið er í harðari kapping við umheimin um ta tøku arbeiðsmegina. Tískil noyðast tit at verða meira offensiv í tykkara atburði mótvegis flytifuglunum, um tit vilja hava

nakran kjans at fáa fatur í vælútbúnum fólki. Fyrsta stigið kundi verið nakað so púra banalt sum at givið faldarar út á Jobmatch.

Eftir mínum tykki var Jobmatch 2010 bert ein hálvhjartað roynd at vekja ans fyri starvsmøguleikum í Føroyum. Sjálvt tiltakið var væl fyriskipað, og lýst var bæði í miðlunum og á Facebook. Men vinnulívið eigur at spenna sær hjálmin og skunda sær inn í dystin, tí hasin innsatsurin var ikki meira enn næstbest. •

Page 28: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

28 | fjølnir desember 2010

TOPPURIN AV POPPINUM

Tað hoyrist ofta, at arbeiðs-marknaðurin í Føroyum ikki er nóg fjøllbroyttur. At tað eru ov fá attraktiv størv at fáa. At tað eru fleiri dreymastørv at finna í útlondum.

Eitt vet av sannleika er í hesum útsøgnum. Lítla støddin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ein natúrlig forðing fyri, at tað kunnu verða óavmarkað tal av attraktivum størvum. Men tað er vert at hava í huga, at hóast at størvini eru færri í Føroyum enn aðrastaðni, so eru eisini færri fólk at seta í størvini.Tá ið ein føroysk fyritøka ella ein almennur stovnur skal seta fólk í starv, eru

tað sostatt færri um boðið, enn um hugt verður eftir starvsetanum uttanlands. Reint statistiskt eigur tað sostatt eisini at vera lættari at fáa føroyska starvið.Teir flytifuglarnir, ið velja at flyta aftur til Føroya, hava sostatt kanska als ikki so ringar sømdir, sum ofta verður hildið. At so fáir flytifuglar koma heim, ger bert umstøðurnar hjá teimum heimkomnu enn betri, tí so er enn minni kapping um størvini.

Rannvá ClementsenBA JuraKøbenhavns Universitet

tOppuRIN Av pOppINum

Page 29: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

29fjølnir desember 2010 |

TOPPURIN AV POPPINUM

Misskil meg rætt - væntandi kapping um størvini er møguliga ikki gott fyri fyritøkuna og/ella Føroyar sum heild, men sæð úr sjónarhorninum hjá heimkomnu flytifuglunum, kundi støðan ikki verið nógv betri.Væntandi kappingin ger tað fyrst og fremst munandi lættari hjá flytifuglunum at fáa fótin inn um á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Men tann veruligi fyrimunurin er, at tess færri vælúbúgvi fólk eru at fáa fatur á, tess lættari gerst tað eisini hjá heimkomnu flytifugunum at klintra upp í hierarki’num.

Aðrastaðni í heiminum er tað ikki óhoyrt, at ein arbeiðstakari noyðist at

hava eina sera góða útbúgving og har afturat nógv ár á baki í fyritøkuni, áðrenn eitt leiðarastarv yvirhøvur kemur upp á tal.

Føroyskir flytifuglar sleppa ofta undan hesum, um teir velja at flyta heimaftur. Tað er væl gjørligt at flytifuglar ikki verða bodnir beint inn á stjóraskrivstovuna aftan á loknan lesur, men av tí at vælútbúgvi fólk er eitt so lítið tilfeingi í Føroyum, er ferðin upp í hierarkinum munandi styttri enn aðrastaðni.Sagt við øðrum orðum: tað er skjótari hjá einum vælútbúnum flytifugli at koma til tops í Føroyum. Tað er lættari at gerast toppurin av poppinum.

Ein kann so spyrja seg sjálvan, hví so fáir flytifuglar koma aftur til Føroya. Nógvar ymiskar orsøkir kunnu vera til tess, men ein av teimum er kanska, at tey als ikki eru varug við starvsmøguleikarnar í Føroyum. Kanska eru tey huld í mytuni um, at Føroyski arbeiðsmarknaðurin er ov keðiligur. Kanska halda tey, at tey noyðast at liva eitt lív í útlegd fyri at fáa dreymastarvið

Ikki veit eg - men eg kann bara staðfesta, at tað er ein fyrimunur fyri meg, at tey verða verandi í útlondum. So leingi tey ikki koma heim til Føroya, havi eg frítt val av ovastu hill. •

Page 30: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

30 | fjølnir desember 2010

FØROYSKA FILMSSØGAN

Tær flestu listagreinirnar hava nøku-lundani fingið fast undir fótum í Føroyum. Innan bókmentir kunnu vit m.a. reypa okkum av Williami Heinesen og Carl Johan Jensen. Á pallinum hava vit alt frá Eivør til Faroe 5. Og teir flestu føroyingarnir duga at skyna ímillum Mykines og Óla P. Men hvussu er við filmslistini? Síðani 1989 hava føroyingar bert framleitt 6 spælifilmar og enn færri um ein telur teir, sum eru fíggjaðir við føroyskum pengum. Føroyska filmssøgan er ein

stutt og knortlut gøta við nógvum víkiplássum. Men tó ein gøta við síni heilt egni sjarmu.

SPANIÓLIN OG BLÁFUGLURINOftast eru tað einstaklingarnir, ið ganga á odda, og hin fyrsti var spaniólin Miguel Marin Hidalgo. Sum 30 ára gamal fekk hann sær føroyska konu og flutti til Føroyar fyrst í sjeyti árunum. Stutt aftaná fekk Miguel starv á kvøldskúlanum, har hann undirvísti í smalfilmsgerð. Men í frítíðini arbeiddi hann við sínum egnu filmsverkætlanum saman við konuni. Og í 1975 leikstjórnadi hann

fyrsta føroyska spælifilmin: Rannvá. Jú Føroyar høvdu fyrr verið brúktar til filmsupptøkur. T.d. framleiddi Erik Balling “Tro, Håb og Trolddom” í 1960 við Bodil Ipsen og Poul Reichardt. Men Rannvá var fyrsti filmurin, ið var fíggjaður við føroyskum pengum og hevði føroyskar leikarar. Hetta var fyrstu ferð, at ein føroysk filmssøga varð fortald við føroyskum røddum. Miguel gjørdi tveir spælifilmar afturat, áðrenn hann flutti aftur til Spania og tók øll eintøkini av sínum filmum við sær. Síðani tá, hevur tað verið ógjørligt at fáa fatur á Rannvá, Heystblómur og Páll Fangi. Spakuliga eru hesir

Andrias HøgenniMiðlavísindSyddansk Universitet

FøROySkA FIlmSSøGAN

Page 31: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

31fjølnir desember 2010 |

filmarnir farnir í gloymskuna og eru nú næstan bert eitt minni úr farnum tíðumSíðani gingu 18 ár áðrenn lív aftur kom í føroyska filmslívið. Katrin Ottarsdóttir kom inn á leikstjórnar-linjuna hjá Danska Filmskúlanum í 1978. Har gekk hon á árgangi saman við snillinginum Lars von Trier. Aftaná lokna útbúgving fór hon í hálvt við sína fyrstu spælifilmsætlan: hin sjálvfíggjaði Atlantic Rhapsody. Ein multiplot-filmur um Tórshavn anno 1989 við m.a. Páll Danielsen, Erling Eysturoy og Hans Tórgarð í høvuðsleiklutunum. Filmurin varð vístur í Sjónleikahúsinum i Havn og gjørdist ein sannur áskoðaramagnetur. So mikið, at hann var meira sæddur enn Meryl Streep filmurin Out of Africa – í hvussu er í Føroyum. Síðani tá gjørdi hon filmin Bye Bye Bluebird, og um aldarskiftið fór hon undir tríggjar longri dokumentarfilmar um føroysk listafólk. Katrin Ottarsdóttir hevur altíð lagt dent á at fortelja føroyskar søgur. Hetta kann vera ein av orsøkunum til, at hennara framleiðsla ikki hevur verið so stór ígjøgnum árini. Men afturfyri hevur hon líka síðani 1989 hildið fast í síni heilt egnu rødd, og tað kann hon vera errin av. KLIPPFISK OG KARRYBOLLARAv tíð at ongin stuðulsstovnur serstakt veitir filmsstuðul, so er tað trupult at fáa fígging til filmsverkætlanir. Og í langa tíð var bert ein motorur í føroyskum filmi: Trøllapætur. Við síní níggju høvdum megnaði hann at spýta ein film út og annan eftir. Fyrst

við kularótunum, so við mafiuni og seinast við sjórænarunum. Listarligu góðskuna kann ein kjakst um, men hansara fólkatokki er ikki til at koma uttanum. Og um onki annað, so verður eitt yngri ættarlið undirhildið við øðrum enn amerikanskum teknifilmum.Men tó kom eisini eitt nýbrot. Tað var ikki ein filmur, men ein verkstaður. Filmsverksmiðjan Klippfisk lat dyrna upp fyri ungum føroyskum filmfólkum í 2004 og hevur verið

rikin av m.a. Jákup Veyhe og Jan B. Jørgensen. Sjálvt um peningurin ikki var nógvur, so hevur filmsverksmiðjan veitt útgerð og hús til øll áhugaði. Úr hesum eru m.a. komnar ungdómssendirøðin Agurk, fleiri filmseksperimentir frá Marionnu Mørkøre og ikki minst spælifilmurin Karrybollarnir, ið varð frumsýndur í 2009. Filmurin er leikstjórnaður av Johan Rimestad, og er eitt gott dømi um nýggju føroysku filmsmentanina. Fleiri og fleiri fara út um landoddarnar fyri at fáa sær útbúgving innan film. Alsamt fleiri stuttfilmar verða gjørdir, og vónandi kann hetta vera við til at

leggja lunnar undir vøkstur. Sjálvandi fer altíð at trota við peningi, men hugurin er tilstaðar. Og við nýggju tøknini eru mannagongdirnar ikki bara vornar lættari, men eisini bíligari. Hugsa tær, hvat ið so hevdi hent, um peningur var játtaður til at byggja upp undir hendan hugin?Hugin Eide skal fáa næst-síðsta orðið:  "Ung føroysk filmstalent standa klár at sleppa framat (les: fáa fígging til) at gera føroyskar filmar, og vit 'eldru' í bransjuni eru minst líka

nógv til dystin fús. ... Tað kann ikki undirmetast, hvønn týdning tað hevur fyri sjálvsfatanina og samleikan hjá einum landi - einum nútíðar samfelag, einum nútíðar fólki, eini nútíðar tjóð - at kunna síggja seg sjálvan og sín egna veruleika viðgjørdan í filmum (og sjónvarpsfilmum). Og tað er sjálvsagdur lutur, at hesir filmar skulu/mugu gerast av fólki úr landinum sjálvum - og ikki bara av útlendingum, ið av og á 'uppdaga' hetta landið."

Føroyskar filmar til føroyskar áskoðarar. Is that an offer you can't refuse? •

FØROYSKA FILMSSØGAN

Page 32: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

32 | fjølnir desember 2010

HEIMURIN ER IKKI DANMØRK EINA!

At flyta til Avstralia sum 21-22 ára gomul at lesa á universiteti, ljóðar sum ein dreymur fyri tey flestu. At lesa tað mann allar mest brennir fyri og samstundis at læra nýggj umhvørvi, kultur og fantastisk fólk at kenna. Landið enntá ræður ungdómi til at savna sær lærdóm uttanfyri Evropa, ið ein kann takað heim aftur til Føroya. Men hetta er ein dreymur, ið skjótt kann broytast til eina fíggjarliga marru.At búgva í Avstralia er ikki bíligt. Húsaleigan og maturin eru dýr og í stórbýnum verður man noyddur at

nýta almennan transport, ið eisini setur press á pengapungin. Men tað tungasta er tá ið vinfólk og familian spyr: ”Nú kemur tú heim til okkum á jólum, ha?” - tá hevur man mangan krympa tærnar við tankan um kostnaðin ið skal til.Ein ferðaseðil úr Brisbane ella Sydney til Danmarkar kostar umleið 1900 avstralskar dollarar (10.500 Dkk). Síðani skal ferðaseðil til og úr Føroyum og Danmark eisini keypast, ið vit vita liggur um tær 3.000 krónurnar . Tað vil so siga, at ein ferðaseðil heim til jólar úr Avstralia

kostar umleið 13.500 Dkk. Uttan so ein hevur arbeiði at koma heim til, kann tað tykjast nyttuleyst at koma yvirhøvur.

Hetta er drívmegin handan stovnanna av bólkinum “Manglandi Ferðastuðul fyri Lesandi uttanfyri Evropa”. Ætlanin hjá bólkinum er at skapa eina javnstøðu millum lesandi í Evropa og tey uttanfyri Evropa.

Sambært heimasíðuna hjá Studna, eru hetta upphæddirnar ið lesandi fáa fyri ferðina heim til Føroya hvørt ár:

HEImuRIN ER IkkI DANmøRk EINA!

Manglandi ferðastuðul fyri lesandi uttanfyri Evropa

Page 33: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

33fjølnir desember 2010 |

HEIMURIN ER IKKI DANMØRK EINA

Lesandi í Danmørk: 3.400Lesandi í Evropa (- DK og Grl): 5.000Lesandi uttanfyri Evropa: 7.000

Tankin hjá Studni handan konseptið “ferðastuðul”, er at stuðla lesandi at koma heim til Føroya hvørt ár, soleiðis at hugurin og sambandið er gott eftir lokna útbugving. Men um ein

ikki sleppur heim til Føroyar javnan, kann ein missa hugin at koma heim yvirhøvur. Tað er her truppulleikin liggur hjá lesandi uttanfyri Evropa.Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá lesandi frá einum landið, ið ræður einum til at finna útbúgving uttanfyri Evropa, við lyfti um at sleppa heim einaferð um árið, at noyðast at raðfesta um ein vil sleppa heim ella skal savna pening í staðin. Serstakliga, tá ið vit

vita at lesandi í Evropa (her kanska serliga í Danmark) fáa eina upphædd ið dekkar ferðaseðilin og so eitt sindur til meira, ið ein kann nýta til 21-spæl á Ólavsøku ella mandlugávur til rísingreytin (alt eftir nær man velur at koma heim sjálvandi). Hetta er nakað vit í bólkinum ætlað at fáa broytt.

Tað eru umleið 35 føroysk lesandi uttanfyri Evropa (Pisan, juni 2010). Harafturímóti eru tað 1750 lesandi í Evropa – herav tey flestu í Danmørk. Tað vil siga, at tað eru nakrir túsund Føroyingar, ið fáa meira pening enn tey hava brúk fyri og 35, ið fáa bert helvtina. Vit vildu ynskt at ein skipan kundi veðrið sett, soleiðis at ferðastuðulin riggaði fyri allar partar – og vit meina enntá, at Studni kundi spart pening uppá hesar broytingar ið kundi verið nýtt til t.d. at lata vera við at lækka ÚSUN. Til dømis kundi mann:1. Sent eina kvittan av ferðaseðlinum til Studni soleiðis at Studni útflýggjar peningin á kontoina eftir ferðaseðilin er keyptur. Sjálvsagt skullu vera krøv, so ein ikki keypur tær dýrastu ferðaseðlarnar. Hetta tryggar at peningurin verður nýttir til tað rætta endamálið.

2. Gjørt tað soleiðis at Studni samskipaði við Atlantic Airways um ferðaseðla-prísir til lesandi. Eventuelt geva Atlantic hagtøl yvir hvussu nógv ferðandi koma heim, har man sostatt kann skipað fyri “lestrar-túrum” ið vóru bíligari (allarflest lesandi koma heim og skulu avstað um somu tíð). Hetta vildi tryggjað at peningur varð spardur fyri allar partar.

Eisini skal nevnast, at tað er ikki bara ferðastuðulin tað brakar í - men eisini ÚSUN. Í miðnámsútbugvini hoyrdi mann oftani, at tað var gott at leita sær útbugving uttanfyri Evropa, at skapa kontaktir kring knøttin. Og tá ÚSUN var 120.000 dkk, kendist hetta sum ein reellur møguleiki – at man kundi fara út í verð at lesa og samstundis ikki standa við stórari skuld eftir lesnaðin. Men nú tá stuðulin er farin 20.000 dkk niður í ár og aftur fer 20.000 næsta ár, kennist tað sum ein nærmast verður tvingaður at lesað í Danmar tí “tað er lættari”.

Tað er møguligt, at vit ikki fáa hækkað ferðastuðilin á hesum sinni. Men vit vilja tryggja okkum at hann ikki verður skerdur, sum tala verður um.Um ikki her kemur vend í, minkar talið á teimum í leita sær útbúgving uttanfyri Evropa og síðan vera tað einans “ríkmannsbørn”, sum kunnu nema sær hægri lesnað. Minnast skal til, at heimurin er ikki í Danmørk eina!At tey ungu fara út at lesa er ein stór íløga fyri landið. Tí er tað er so týdingarmikið at fáa ungdómin út í heimin at lesa og meir enn nakað at fáa tey heim aftur. Men sleppa tey ikki heim í lestrartíðini, er stórur møguleiki fyri, at tey missa sambandið. Og tá er tað ikki bert ein fíggjarligur missur, men eisini ein persónligur missur fyri landið! •

Beinta Beinisdóttir og Jónfríð Eliasen

Lesandi í Avstralia

Page 34: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

34 | fjølnir desember 2010

SMALL IS BEAUTIFUL

Artfart er ein íslendskur festivalur, sum seinastu augustmánaðarnar hevur verið karmur um samtíðar perfomance. Listafólk, bæði úr Íslandi og uttan úr heimi, fáa í tríggjar vikur møguleika at framføra verk, ið fyrireikararnir meina er undirumboðað í landinum.

SmAll IS bEAutIFul

Page 35: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

35fjølnir desember 2010 |

SmAll IS bEAutIFul

SMALL IS BEAUTIFUL

Ein av luttakarunum í ár var bretska Sarah Hopfinger við sjálvgjørdu sýningini “Small is Beautiful”.Sýningin snúði seg um aðalevnið: at venda aftur til byrjanina.Við blokkfloytu, trimum diktafonum, mosa, eini kommodu, imitatiónum úr “Ranganna Harri”, klistribandi, mammu síni og einum vilstum hvali, var hesin leikur nakað heilt fyri seg.

Satt at siga ikki ein sjónleikur, men heldur ein scenisk kompositión. Samansett av myndum, sum assosiativt føra søgugongdina víðari.Sjálvt um teir fyrstu 10 minuttirnar fingu øll at vilja rýma, tók sýningin eina góða vend, tá mamman fór av pallinum. Sanniliga var tað ein snildur tanki at hava mammuna við, men tað bleiv eina tonn ov privat og privat er eftir mínum tykki sjáldan áhugavert á palli. Eftir hetta fylgdu góðir 40 minuttir av brúsandi spæligleði. Áskoðarin sat eftir við einum smíli og eini kenslu av vón, og títt innara barn bleiv stimbrað. Ein vælsamanhangandi vellingur av undran, upplívgan og longsli.

Hon fann snargøtur til intellektualitetin via smáum trixum og experimentum. Tildømis tá áskoðarafjøldin bleiv biðin um at taka sín egna puls, var ringt at lata vera við at hugleiða um onkra lívsins gátu. Ein vaksnamannaævintýrferð! Við einfaldum rekvisittum framførdi hon naiv dagligdagsmirakkul á tí lítla, intima pallinum:

Í endanum á “Ringanna Harri” gerðast hobittarnir størstu skapningarnir í søguni, av tí at øll hini bukka seg niður. Sarah gav okkum eina kenslu av at vera ein risi á pallinum við at byggja eina miniskóg á eini pappplátu, stilla

seg ímillum minitrøðini, myrkaleggja pallin og síðan upplýsa føturnar og miniskógin við eini borðlampu! Eitt – null til h0ndarbeiði!!

Tað var týðiligt at síggja, at forvitni hevur verið drívmegin at skapa hesa sýningina. Og at sarah hevur funnið inspiratiónin í tingum rundan um seg. Hartil gjørdi hon nakað, sum fleiri leikarar royna og kanska ikki allir megna: At taka sær tíð at bara vera á pallinum uttan at vera avskorin frá áskoðaranum. Tá hon klipti veingir úr papp, klipti hon veingir úr papp.

Tá hon bygdi sína miniskóg, bygdi hon sína miniskóg. Av tí at hon ikki demonstreraði tað, hon gjørdi, var tað áhugavert. Áskoðarin drógst inn í hennara hugflog, men kundi samstundis hvíla og ‘taka ímóti’, meðan hon tók sær av restini. Tílíkt er altíð inspirerandi at síggja.

Samanumtikið meini eg, at hetta formati hóskar øllum og er nakað, øll kunna arbeiða við. Eingin kann heldur útnevna seg til heimsmeistara á økinum, tí hvørt einasta verk - um tað er gjørt útfrá forvitni og við viljanum at fortelja - er so seregið í sær sjálvum. Og tað aleina vinnur á flestu parametrum, sum tann kræsni listakonsumenturin dømir útfrá, tá viðkomandi brúkar 110 krónur uppá eitt upplivilsi.Hesin leikur var bert ein smakkiroynd av tí hópi av tilfarið Artfart 2010 hevði at bjóða uppá.

Samtíðar performance er ein fjølbroytt listasjangra, og tí sera passandi til at lýsa tað hugtakandi og skiftandi samfelag vit liva í - Artfart er eitt frískt lot í listaumhvørvinum. •

Kjartan Hansen, sjónleikari

artfart.issarahhopfinger.org.uk

Page 36: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

36 | fjølnir desember 2010

Verður nu gjørligt at yvirføra minni og lærdom frá einum menniskja til annað – og verður nú gátan um tað, sum veruliga fer fram i organismuni tá hon lærir, minnist ella gloymir nakað, loyst til fulnar? Hesar spurningar seta vísindamenn um allan heimin í løtuni hvørjum øðrum.

Slíkir spurningar hava sjálvandi verið havdir á lofti áður. Ymisk hava svøriniverið , eitt nú tær sokallaðu “evni- og associationsteoriirnar”.

Men øll svørini hava havt tað felags, at tey hava ikki verið før fyri at bróta skalið og koma inn at kjarnuni í hesum torskilda spurningi: hvat hendir í organismuni, tá hon lærir, minnist ella gloymir. Í staðin verður spurningurin ballaður inn við einum hugtaki sum “evni”, sum ikki ber okkum nærri loysnini, men einans er eitt dulnevni fyri tí, sum veruliga fer fram.Leingi hevur staðið í botni, men

seinastu árini tykist gongd at vera komin á. Vísindamenn halda nú, at loysnin er at finna á fysiologisk-biologiska økinum. Her kunnu menn koma fram á tað, sum veruliga fer fram í organismuni, tá hon lærir, minnist ella gloymir.

Tað mundi vera svenski professarin Hydén, sum fyrstur gjørdi kanningar við RNA-evninum í samband við læru. RNA, ið er navnið á einum ovurvaksnum molekyli av organiskum syrum, finnst í eggjahvítaevninum í djóra- og mannakroppinum, og í ógvuliga stórum tali í heilakyknunum.Hydén helt seg eisini hava progv fyri, at henda RNA-koncentratiónin verður økt undir innlæring, og at molekylsamansetingin samstundis verður broytt. Hetta fekk hann og aðrar vísindamenn at hugsa um, um

RNA-evnið mundi hava nakað at gera við tað sum fer fram í organismuni, tá hon lærir, minnist ella gloymir.Kundi ein ikki hugsað sær, at øll læra á ein ella annan hátt verður samskipað í ávísar molekylsamansetingar (sum verða bygdar upp undir hvørjari einstakari innlæring), ið verða broyttar um organisman seinni lærir av nyggjum ella gloymir?Kundi verið, at onkur helt hetta vera nóg so djarva meting; men nógv er, sum bendir á, at hetta hevur nakað við veruleikan at gera. Tað kann t.d. vera vert at hava í huga, at tey “evni”, sum verða arvað, júst eru samskipað

í sokallaðar DNA-samansetingar, sum líkjast RNA nógv, og sum eisini kunnu ávirka RNA-evnið. Tað er

ÚR SKJÁTTUNI: FORVITNISLIGAR KANNINGAR, 1966

FORvItNISlIGAR kANNINGAR

úr skjáttuni 1966Blaðstjórnin ta árið vóru: Árni Olafsson (stud. polit.) og Róland Høgnesen (stud. mag.)

Tá var haldaragjaldið 8 kr fyri árið og blaðið kom út 4 ferðir árliga.

Blaðið kundi eisini keypast í leysasølu fyri 2kr stk.

“mannaátaraormarnir” gjørdust vitugari.

Page 37: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

37fjølnir desember 2010 |

ÚR SKJÁTTUNI: FORVITNISLIGAR KANNINGAR, 1966

tí ikki heilt av leiti at hugsa sær, at RNA hevur eina líknandi uppgávu í samband við innlæring.Flest allar royndir, sum síðan eru gjørdar a hesum øki, tykja st at styðja hesar hugsanir. Prógvað er, at verður “rinbonu-cleanse-enzymið”, sum brýtur niður RNA-evnið, sprænt inn í heilan á rottu, gloymir rottan tað hon hevur lært.

Av vísindaligum royndum kunnu verða nevndar tær vælkendu og skemtiligu royndirnar, sum amerikanski sálar-frøðingurin McConnall gjørdi.Gjøgnum eina streymleiðandi plátu gav hann flatormum ravmagnsstoyt, og í somu løtu fór ein pera at lýsa. Ormarnir lærdu heilt skjott at ringja seg saman, tá peran for at lýsa, ofta hóast teir als ikki fingu stoyt, tí teir

høvdu so við og við lært, at tá peran for at lýsa, fingu teir stoyt, og so ráddi um at ringja seg saman i góðari tíð. Tað eydnaðist McConnall at útvinna RNA-evnið úr heilanum á hesum ormunum, og tað sprændi hann inní heilan á øðrum ormum.

Hvat hendi? Jú, hesir ormarnir, sum høvdu fingið RNA-evnið frá lærdum ormum sprænt inn í seg, lærdu nógv skjótari enn vanligir ormar at ansa eftir peruni og ringja seg saman. Fyri at vissa sær, at tað var RNA-evnið fra teimum lærdu ormunum, sum var orsøkin til at hesir ormarnir vóru so skjótir at taka við læru, gjørdi McConnall fleiri eftirlitsroyndir.Hann útvann RNA-evni úr vanligum ormum og sprændi tað inn í aðrar flatormar, men hesir ormar gjørdust hvørki næmari ella býttari enn aðrir ormar.

McConnall gjørdi eisini aðrar áhugaverdar royndir. Hann skar t.d. flatormar í tvíningar fyri at fáa at vita, hvør endin var hin vitugari. Hann lat eisini ólærdar ormar lærdar ormar - “mannaátaraormarnir” gjørdust vitugari.

Ein av teimum seinastu og eftir mínum tykki mest áhugaverdu kanningunum hevur staðið við út í móti trimum árum a Instituttet for almen Zoologi í Keypmannahavn, og mær vitandi eru royndirnar ikki at enda komnar enn.Tað eru tríggir ungir, danskir vísinda-menn, tveir djórafrøðingar og ein sálarfrøðingur, sum hava tikið upp hesar kanningar.Tað, sum hesir tríggir visindamenn vildu kanna, var í fyrsta lagi, um RNA-evnið veruliga hevur so stóra ávirkan á innlæring, sum áðurnevndu

Page 38: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

38 | fjølnir desember 2010

ÚR SKJÁTTUNI: FORVITNISLIGAR KANNINGAR, 1966

royndir - hóast tilfarið var avmarkað – tyktust at benda á, og í øðrum lagi, um RNA-evnið kann verða útvunnið úr súgdjóraheilum og aftur sprænt inn í aðrar súgdjóraheilar, uttan at djórið fær varandi mein av tí. Hesir menn nýttu rottur til royndirnar. Rottur í avísum tali vórðu hvør sær lærdar at tendra og at sløkkja eina peru.Teir høvdu ein kassa, sum var ein metur langur. Úr øðrum endanum á kassanum var skilarum eftir miðjuni, 75 cm til longdar. Í báðum smogunum hvørju megin skilarúmið er ein stabbi, og oman fyri hvønn stabban er ein ravmagnspera. Ta ið rottan traðkar á stabban, tendrar ella sløkkir hon

samstundis peruna, alt eftir hvussu tólini eru sett av vísindamonnunum. Ljósið brennur altíð í aðrari smoguni.

Ein tyrst rotta verður sett inn í kassan út fyri báðum smogunum. Hon rennur inn í aðra smoguna, traðkar av óvart á stabban og tendrar ella sløkkir ljósið. Hevur hon nú valt rættu smoguna, sløkkir hon ljósið, og afturfyri fær hon ein dropa av vatni, umleið 1/10 ml. Vatnið rennur niður í skálina í hinum endanum á kassanum.Rottan er framvegis tyrst, og heldur tí áfram við at renna inn í smogurnar. Tá ið hon velur røttu smoguna, fær hon lønina, vatnsopan, men tá ið hon velur skeivt, verður hon við sviðið

soð. Hin dagligi setningurin hjá hvørjari rottu er 60 ferðir inn í røttu smoguna, og fær hon sostatt 6 ml av vatni í løn um dagin. Í fyrstuni fer rottan oftast inn í skeivu smoguna, o.u. 70% av øllum ferðunum eru skeivar, og er tí arbeiðsdagurin heldur langur og stravin. Men dag fra degi fækka feilferðirnar, og eftir einum 14-20 døgum er tað ikki óvanligt, at feilferðirnar eru komnar niður á minni enn 10% av øllum ferðunum.

Tá so langt er komið, verða rotturnar mettar at vera lærdar, í skundi avrættaðar, og RNA-evnið verður útvunnið við eini sera torførari og kostnaðarmiklari snarvinding úr teimum fesku rottuheilunum. Nógv RNA fæst ikki úr hvørjum rottuheila, men ikki nýtist meira enn 1/1000 av einum grammi at spræna inn í hvørja rottuna, sum skal verða nýtt í komandi royndum.Ólærda rottan, sum nu hevur fingið hesa evarskra lítlu RNA-mongdina sprænda inn í heilan, verður nu sett niður í royndarkassan. Eisini hon er tyrst, og tí fer hon skjótt at royna seg við at tendra og sløkkja.

Tað áhugaverda er, at henda rottan er fult so ferm í hesum kynstri at velja røttu smoguna sum ein rotta, ið er vand upp í einar átta dagar - feilferðirnar eru nógv færri enn hjá einari vanligari, ólærdari rottu. Var tað ikki tað at hon hevði fingið hetta RNA-evni í seg, skuldi henda rottan verið sum rottur flest - tí má hitt innsprænda RNA-evnið vera orsøkin til, at hon er fermari til júst hetta kynstrið. Rottan má við innsprænda RNA-evninum hava fingið nakað av vísdominum hjá tí upplærdu rottuni.Sjálvandi eru gørdar fleiri eftirlits-royndir, bæði við rottum, sum ikki

Page 39: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

39fjølnir desember 2010 |

ÚR SKJÁTTUNI: FORVITNISLIGAR KANNINGAR, 1966

hava fingið fremmant RNA-evni í seg, men annars hava fingið somu viðferð sum tær rottur, sum høvdu fingið RNA-evnið sprænt inn í seg, og við rottum, ið høvdu fingið RNA útvunnið úr vanligum ólærdum rottum. Báðir bólkar bóru seg at eins og vanligar ólærdar rottur.

Tað sum nú man liggja mongum nær er at spyrja: Hvat verður nú endin, um komandi kanningar fara at styðja og undirbyggja higartil framkomnu úrslitini? Hvat man verða næsta stigið hja teimum trimum vísinilamonnunum? Menniskjað?Helst. Men sjálvir hava teir alment ikki torað ella viljað komið nærri inn at spurninginum – enn! Tað kann koma at standa á um hvussu langt tað er í hesum føri fra rottu til menniskju.Men ótaldar sálarfrøðisligar royndir hava júst víst at ofta er ógvuliga stutt millum djora- og mannaroyndir,

serstakliga viðvíkjandi innlæring, so ikki er heilt óhugsandi, at tað eisini hesaferð stendur mat. Tó hetta er enn bert giting – veruleikan kunnu bert framtíðar kanningar visa.

Men tey úrslit, sum higartil eru komin fram, kunnu ikki sigast annað enn at opna vítt útsyni til nýggjar møguleikar.Millum annað kann verða nevnt, at vísindamaður í Canada í fleiri ár hevur viðgjørt gomul folk, sum eru í barndømi, við RNA, og sigst hetta hava bøtt munandi um minni teirra.Sum væntuligt var, hildu fleiri navn-framir vísindamenn í byrjanini lítið um royndina men so við og við sum teir voru varðir við, at her vóru úrslit – her vóru tøl, sum søgdu sína týðuligu søgu og sum ikki beinanvegin lótu seg kveistra burtur, støðgaðu illgitingar og illvilji, og sum frá hevur liðið, hava hesir vísindamenn fingið ikki so lítlan

peningaligan stuðul m.a. fra Statens Videnskabsfond og Carlsbergfondet.

Teir tríggir vísindamenninir hava annars ikki spart seg við at gera folk kunnug við tey úrslit, teir fyribils eru komnir til. Tann fyrsta vísindaliga greinin var longu at síggja í The Scandinavian Journal of Psychology, vol. 6, 1965, nr. 1. Her fæst fyribils yvirlit yvir tøl og allar aðrar lutir um royndirnar. Annars er mær komið leysliga fyri oyrað, at bóklingur fer at koma út um kanningarnar, so skjótt hon er at enda komin.Óivað fara vit í komandi árum at frætta meira um tílíkar kanningar, sum hesa seinastu nevndu, har vísindamenn úr ymsum vísindagreinum samstarvast. Einans slíkt samstarv kann loysa gátuna um tað, sum fer fram í organismuni, tá hon lærir, minnist ella gloymir. •

Eyðun Joensen, sálarfrøði lesandi.

Page 40: Fjølnir árg. 26 - nummar 02 (2010)

J.C.Svabos gøtu 14FO-100 TórshavnFærøerne / Faroe Islands

Afsender / Sender:

Venligst levér til / Kindly deliver to:

mFS.FO/FJOlNIR