formæli tilfar - snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað...

33
Fyribils tilfar © Nám Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 1 Formæli Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Kristni 8 byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðani Ápostlasøguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar í skriftini, í bókmentum og í list. Kirkjusøgan tekur við, har bókin til 7. flokk slepti og lýsir gongdina frá trúbót til okkara dagar. Greitt verður frá gudstænastu og gomlum kristnum siðum, eins og lýsing er av ymsum samkomum í Føroyum. Fremmandi átrúnaðurin hetta skúlaárið er hinduisma. Hon er skipað eftir sama leisti sum islam, jødadómur og kristindómur, so til ber at samanlíkna hesar átrúnaðir. Kristni 8 er størri í vavi enn bókin til 7. flokk. Lærarin ger sjálvur av, hvussu mikið, hann ger burtur úr hvørjum kapitli, tó kunnu flestu kapitlar nýtast sum próvtøkutilfar í 9. flokki. Kristni 8 er ein tekstbók við myndatilfari. Tað er týdningarmikið at kunna seg væl við tekstin og tað myndatilfar, sum er á hvørji síðu. Niðast á síðuni eru orð, sum lærarin kannar, um næmingarnir skilja. Hetta er gott at gera, av tí at tað kann hava týdning fyri, um næmingurin skilir heildina. Svarlisti til orðini er aftast í næmingabókini. Eftir hvørt kapittul í bókini er ein samandráttur, spurningar og uppskot til uppgávur. Faktaboksir eru, sum greiða frá orðum, fyribrigdum og øðrum. Rútarnir “Visti tú” eru at meta sum lætt ískoyti, men góðir at kunna seg við. Lærarin ger sjálvur av, um hann tekur alt við ella velur burtur úr rúgvuni. Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru til rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum er at geva næmingunum eina vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag, lærara og næming ímillum og eisini næmingarnar sínámillum. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á www.snar.fo . Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen

Upload: others

Post on 12-Feb-2020

8 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 1

Formæli

Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk.

Kristni 8 byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðani Ápostlasøguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar í skriftini, í bókmentum og í list. Kirkjusøgan tekur við, har bókin til 7. flokk slepti og lýsir gongdina frá trúbót til okkara dagar.

Greitt verður frá gudstænastu og gomlum kristnum siðum, eins og lýsing er av ymsum samkomum í Føroyum. Fremmandi átrúnaðurin hetta skúlaárið er hinduisma. Hon er skipað eftir sama leisti sum islam, jødadómur og kristindómur, so til ber at samanlíkna hesar átrúnaðir.

Kristni 8 er størri í vavi enn bókin til 7. flokk. Lærarin ger sjálvur av, hvussu mikið, hann ger burtur úr hvørjum kapitli, tó kunnu flestu kapitlar nýtast sum próvtøkutilfar í 9. flokki.

Kristni 8 er ein tekstbók við myndatilfari. Tað er týdningarmikið at kunna seg væl við tekstin og tað myndatilfar, sum er á hvørji síðu. Niðast á síðuni eru orð, sum lærarin kannar, um næmingarnir skilja. Hetta er gott at gera, av tí at tað kann hava týdning fyri, um næmingurin skilir heildina. Svarlisti til orðini er aftast í næmingabókini.

Eftir hvørt kapittul í bókini er ein samandráttur, spurningar og uppskot til uppgávur. Faktaboksir eru, sum greiða frá orðum, fyribrigdum og øðrum. Rútarnir “Visti tú” eru at meta sum lætt ískoyti, men góðir at kunna seg við. Lærarin ger sjálvur av, um hann tekur alt við ella velur burtur úr rúgvuni.

Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru til rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum er at geva næmingunum eina vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag, lærara og næming ímillum og eisini næmingarnar sínámillum.

Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á www.snar.fo.

Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen

Page 2: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 2

Hugskot til arbeiðshættir

Orðini

Uppskot, hvussu arbeiðast kann við orðunum niðast á síðuni:

• Tosa í felag um orðini

• Fáa orðini fyri heima og taka saman um í skúlanum

• Sita í bólkum og viðgera orðini

• Seta orðini á lepar og heingja upp

Orðafrágreiðingar til øll orðini, sum standa í puntunum, standa á bl. ??? í næmingabókini.

Seta inn dømi

Fakta

Seta inn dømi

Faktaboksirnar eru eyka ískoyti til evnið, sum kapittulin er um, og eru ofta væl egnaðar at fáa prát í lag.

.

Visti tú

Seta inn dømi

Rútarnir Visti tú eru at meta sum lætt ískoyti, gott at kunna seg við. Hetta er eisini eitt slag av faktaboksum, og kann á sama hátt sum tær, sum eita Fakta, brúkast at fáa prát í lag.

”…..”

Seta inn dømi

Í hesum rútum eru skriftstøð úr Bíbliuni ella sitat.

Page 3: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 3

At arbeiða við tekstum í Bíbliuni

Til ber at arbeiða við tekstum í Bíbliuni á ymsan hátt. Arbeiðast kann í bólkum, ella einsæris. Tá ið arbeiðið er liðugt, kunnu næmingarnir leggja fram ella samrøða um úrslitið. Her eru nøkur dømi, hvussu arbeiðast kann:

1. Vit viðgera eina bók, eitt bræv ella ein kapittul • les tekstin eina ferð ella fleiri ferðir • legg merki til, um evni ella orð ganga aftur í tekstinum • ger eitt yvirlit yvir gongdina (dispositión) • ger eina yvirskrift • hvør hevur skrivað tekstin • til hvønn er hann skrivaður • hvat er ætlanin við tekstinum • er nakað brot, sum minnir teg um annan bíbliutekst • er okkurt, tú heftir teg serliga við • er okkurt, tú ikki skilir

2. Vit viðgera eitt ørindi:

• vel eitt ørindi • hvat sigur ørindi • hvørjum samanhangi er tað tikið úr • hvat fær tað teg at hugsa um

3. Vit arbeiða við einum orði:

• vel eitt orð • finn ørindi ella brot við hesum orði • merkir orðið altíð tað sama • hvat fær orðið teg at hugsa um

4. Vit arbeiða við einum evni:

• vel eitt evni • finn støð í Bíbliuni, sum lýsa evnið • hvussu verður evnið lýst • hvat veitst tú um evnið frá tær sjálvum ella øðrum • hvat er tín hugsan um evnið

5. Vit arbeiða við einum persóni:

• vel ein persón • finn ørindi ella brot um persónin

Page 4: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 4

• nær livdi hann • hvar livdi hann • hvat annað fært tú at vita um persónin • hví er hesin persónur kendur • hvat er tín hugsan um persónin

Dømi um bók: • Rutarbók • Jónas

Dømi um bræv:

• Paulusar bræv til Filemons • Jákups almenna bræv • Jóhannesar fyrsta almenna bræv

Dømi um kapittul:

• Matt 14 • Luk 2 • Jóh 20

Dømi um ørindi:

• Jóh 9,11 • Matt 22,21 • Ef 6,1

Dømi um orð:

• vreiði Est 5,9, Orðt 15,1, Ják 1,19 • elska Sálm 5,12, Luk 6,32, 1. Jóh 4,20 • leti Orðt 12,24, Orðt 19,15, Præd 10,18 • miskunna Matt 18,33, Mark 10,48, Luk 16,24

Dømi um evni:

• rættvísi 3. Mós 19,15, Orðt 16,8, Róm 10,10 • vald Matt 28,18, Luk 9,1, Jóh 19,11

• gleði Matt 13,44, Luk 15,10, 1.Jóh 1,4 • gleðast Sálm 40,17, 1. Kor 12,26, Op 19,7

Dømi um persónar:

Page 5: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 5

• Maria Luk 1 og 2 • Elisabet Luk 1 • Pontius Pilatus Matt 27, Jóh 18 • Tummas Jóh 20

Til ber at finna fleiri dømi á internetinum, í bíbliuleksikon og øðrum handbókum.

Myndir og myndlist

At arbeiða við myndum í hesi lærugrein kann geva næmingum eina betri fatan av, hvussu menniskju gjøgnum tíðirnar hava gjørt sær sínar tankar um frásagnirnar í Bíbliuni ella hava ímynda sær ymist í trúarlívinum.

Tað er tí sjálvsagt at draga myndir og tekningar í bókini ella aðrar myndir fram og tosa um, hvat hesar kunnu siga okkum bæði í mun til tekstin, tær eru settar saman við, ella sjálvstøðugt.

Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um myndina og kanska, hvat tey koma í tankar um, tá ið tey hyggja at myndini.

Síðani kann verða tosað um, hvussu myndin er sett saman:

Hvat er á myndini?

1. persónar 2. stað - umhvørvið 3. lutir - klædnabúni 4. skipan – uppbyggingar 5. søga

1. Hvussu verður persónur lýstur – kropsburður og andlitsbrøgd: • glaður – syrgin (látur ella grátur) • sjúkur - frískur • spentur– líkasælur • stoltur – uppgevandi • samspæl við onnur

2. Hvar eru vit stødd, og hvussu er umhvørvið? • úti ella inni • umstøður • hugni/óhugni

Page 6: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 6

3. Hvørjir lutir eru á myndini – hvussu er klædnabúnin? • sigur hetta nakað um tíðina • sigur hetta nakað um samfelagsligu støðuna

4. Hvussu er myndin skipað ella uppbygd? • sjónarhorn • dýpd • litir • ljós – natúrligt – lampa/kertuljós – symbolskt • rørsla – friður/ófriður

5. Liggur ein søga í myndini? • huglag – kenslulig støða/hýrur • kend – ókend • átrúnaarlig ella ikki • myndin – teksturin

Síðani kann verða tikið samanum:

• hvat vita vit annars um myndina • nær er myndin málað • hvør hevur málað • hvussu er myndin tilevnað

Til ber eisini at fara víðari inn í samrøðu um møguliga ætlan við myndini, um tíðarskeiðið og um boðskap v.m.

”Spurningar til myndagreining,” Lydia Didriksen www.snar.fo

”Kom og skriva 2”, Birgit Arge og Lydia Didriksen www.snar.fo

Litir í myndum

Tað er torført at geva eitt eintýtt svar, hvat teir mongu litirnir, vit eru umgird av, skulu ímynda, tá ið hugsað verður um list. Tað er heldur ikki vist, at listamálarar altíð hava í huga, hví teir júst velja tann ávísa litin til eitthvørt, teir vilja mynda. Men litir eru nógv tengdir at mentanini í teimum ávísu londunum.

Vit kunnu her í stuttum siga, hvat litirnir kunnu umboða.

Page 7: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 7

Hvítt:

ljós frá himli, reinleiki, einglar

Svart:

myrkur, nátt, synd, deyði, sorg, helviti, djevul, hatur

Reytt:

kærleiki, kenslur – góðar/ringar, blóð, eldur, kærleikin frá himli

Blátt:

himmal, hav, trúskapur, hugsan, tað guddómliga, tað kongaliga, tað loyndarfulla

Grønt:

vón, vøkstur, sissandi, kveikjandi, trivnaður

Gult/gull:

sól, ríkidømi, skreyt, skart, øvund, ótrúskapur, svik, ævinleiki, dýrd, vísdómur

Grátt:

dapurt, keðiligt, sjúka, uttanveltaður, veikleiki

.

Ymisk rák í listini

Ekspressionisma verður rákið kallað, ið kom fram í Evropa um ár 1900. Ekspressionistisku málararnir nýta sterkar, reinar litir, breið penslastrok og ofta nakað avskeplaða mynd av persónum ella øðrum, fyri betri á ein sigandi, livandi ella talandi hátt at fáa tað fram, ið ætlanin er við myndini.

Dømi um listafólk, ið arbeiða ekspressionistiskt:

• Bárður Jákupsson í arbeiði sínum við landslagi, penslistrokum og litavali • Sámal Joensen-Mikines við sínum deyðsmyndum og myndum úr Bíbliuni • Ingálvur av Reyni við sínum abstraktu lýsingum av fólki og náttúru • Øssur Jóhannesen við døpru myndevnum sínum um líðing og deyða

Page 8: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 8

Naivisma – vit kenna orðið naivur, ið er at vera góðvarin ella einfaldur. Listagreinin strembar eftir einfaldari, barnakendari myndagerð, so at tá ið tú hyggur at myndini ímyndar tú tær, at eitt barn eins væl kundi havt málað myndina.

Dømi um listafólk, ið arbeiða naivistiskt:

• Sigrun Gunnarsdóttir við sínum navistisku myndum úr gerandisdegnum eitt nú av mammu síni, eisini onkur mynd, har Bíblian er við

• Fridtjof Joensen við sínum myndum úr gerandisdegnum, sum fólk kenna seg aftur í

Realisman kom fram í 1830-unum og her verður dentur lagdur á at mála og lýsa veruleikan, so sum hann er. Um málað verður t.d. eitt hús, so sæst hvørt vindeyga klárt og týðiliga. Um myndirnar eru av fólki, so sæst nærum hvør rukka í andlitinum ella hvør knappur í klæðunum.

Dømi um listafólk, ið arbeiða realistiskt:

• Stefan Danielsen við sínum myndum úr Nólsoy, har hann ofta leggur áherðslu á smálutir í myndini

• Beinta av Reyni við sínum einfalda teknisøgu-líknandi stíli. Við málninginum ”Minni um ommu mína” tulkar hon kristna lívsstílin hjá ommuni sæddan við barnaeygum

Mystisisma ímyndar nakað duldarfult, gátuført ella løgið, nakað “mystiskt”, og í myndlist kunnu vit síggja tað í eini samanrenning millum tað guddómliga og tað menniskjaliga.

Dømi um lista í arbeiðir við tí duldarfulla, mystisisma:

• Øssur Jóhannesen við myndum sínum av duldarfullu megini í mánanum og dragandi megini í briminum

Surrealisma er rák frá 1923, sum roynir at fáa fram í ljósið tað, ið liggur goymt í undirvitskuni, men roynt verður á ein øðrvísi hátt at blanda hetta við tað, sum kent er, ella er tann sanni veruleiki.

Page 9: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 9

• Surrealisman hevur ikki rættiliga vunnið frama í føroyskari list. Tó hava nøkur listafólk arbeitt eitt sindur við hesum ráki, Tummas Jákup Thomsen og Edward Fuglø

Ímyndir

Tey átrúnaligu symbolini eru myndir ella ímyndir, ið verða nýttar í átrúnaligum søgum ella gerðum. Tá ið vit t.d. hoyra um lívsins træ, er talan um eina átrúnaliga ímynd, ella tá ið vit síggja krossin, so stendur hann sum mynd um frelsuverkið á Golgata.

Ofta síggja vit dømi um myndir, ið ímynda okkurt annað, enn tað vit í veruleikanum síggja. Ein mynd av einari hvítari dúgva kann merkja friður.

Uppskot til at arbeiða við myndum og tekstum

1. Til ber at taka tekstir ella yrkingar, ið hóska til ávísar myndir, og lata næmingarnar viðgera hesar við tí endamáli at finna tað átrúnaðarliga sjónarmiðið í myndunum.

Málningarnir í ”Kristni 8” eru at finna á www.snar.fo saman við einstøkum øðrum myndum. Møguleiki er at síggja málningarnar á samvirknari talvu.

2. Næmingarnir kunnu eisini sjálvir royna síni skapandi evni: • við at gera ein málning eftir einum teksti. Teksturin, ið nýttur verður,

kann vera ein frásøgn, ein yrking, ein søga e.a. • við at gera tekst til eina mynd ella ein málning. Teksturin kann vera ein

frásøgn, ein yrking, ein søga e.a.

Tað er bert hugflogið, ið setur avmarkingarnar. Myndirnar kunnu verða gjørdar á ymsan hátt: teknaðar, málaðar ella sum kolasju e.a.

Lidnu myndirnar kunnu verða sýndar fram. Næmingarnir kunnu so gera viðmerkingar til listaverkini og koma við spurningum. Uppgávan hjá listafólkunum verður so at greiða frá listaverkunum.

Tey skrivaðu listaverkini kunnu eisini leggjast fram við upplestri ella aðrari framførslu t.d. við tónleiki ella við talgildari talvu.

Page 10: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 10

3. Tað eru eisini aðrir hættir at arbeiða við myndum. Vitjað kann verða á søvnum, í kirkjum ella aðra staðir, har til ber at síggja átrúnaðarliga list. Kanska eru møguleikar fyri at læna listaverk ella fáa vitjan av listafólki, ið kann greiða frá sínum arbeiði og kanska vísa, hvussu arbeitt verður.

Greiningafrymil til film Hesin greiningarfrymil er rúgvusmikil. Tað ber til at velja sær øki burturúr at viðgera nærri.

Greina eftir frymlinum:

1. Greið í stuttum frá innihaldinum

2. Hvørji evni viðger filmurin

3. Greið frá persónunum: • Hvussu og á hvønn hátt verða vit kend við høvuðspersónin/-persónarnar? • Hvat fá vit at vita um høvuðspersónin/-persónarnar

1. í fyrstani 2. so við og við 3. móti endanum

• Hvat sigur/siga høvuðspersónurin/-persónarnir um seg sjálvan? • Hvussu sær/síggja viðkomandi út? • Hvør menning fer fram sum filmurin líður? • Virkar høvuðspersónurin/-persónarnir trúligur/trúligir?

4. Tíð og umhvørvið • Nær er filmurin gjørdur? • Nær fer hann fram? • Tykist staðið trúligt í mun til ta tíðina? • Hvussu langa tíð fevnir filmurin um? • Hvussu er umhvørvið? • Hvar fer søgugongdin fram?(land, býur o.s.fr.)

5. Slag av filmi

• Spenningsfilmur, skemtifilmur, kærleiksfilmur, familjufilmur, ræðufilmur, drama, dokumentarfilmur o.s.fr.

6. Hvat verður nýtt at fáa rætta huglagið fram: • Kameravinklar • Sjónarhorn • Kamerarørslur • Klip

Page 11: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 11

• Ljós • Filtur • Tónleikur

7. Hvønn boðskap ber filmurin?

8. Hvat heldur tú um filmin?

Greiningarfrymil til sálmar

Frymilin er lagaður til “Kristni 8.” Til ber eisini at nýta greiningarfrymil til sálmar,

Olivia W. Hansen, “Sálmar til fólkaskúlan” www.snar.fo

1. Les sálmin væl.

2. Hvør hevur yrkt og/ella týtt?

3. Eru torfør orð, so kanna, hvat tey merkja.

4. Nýtir sálmaskaldið rím?

5. Nýtir sálmaskaldið myndatalu?

6. Er innihaldið úr Bíbliuni, gerandisdegnum, andaliga lívinum e.ø.?

7. Er sálmurin yrktur til serstakt høvi, hátíð, árstíð, morgun, kvøld e.a.?

8. Kann sálmurin býtast í partar?

9. Greið í stuttum frá innihaldinum.

10. Hvat ørindi dámar tær best og hví?

11. Hevur sálmurin ávísan boðskap?

12. Kennir tú annan sálm við sama innihaldi?

Page 12: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 12

Kapittul 1

Skapanarsøgur

Samandráttur

• Skapanarsøgur eru í so at siga øllum átrúnaðum • Skapanarsøgur siga okkurt um, hvussu fólk fata alheimin • Til eru ymisk sløg av skapanarsøgum • Skapanarsøgur hava livað á mannamunni • Skapanarsøgur eru oftast myndatala

Spurningar

1. Hvat hava skapanarsøgurnar í felag? 2. Hvat brýtur frá? 3. Hvør skapar, og í hvørji raðfylgju verður alt skapt? 4. Nær verður menniskjað skapt, og hvønn leiklut fær tað? 5. Nær verður vatnið skapt, og hvønn leiklut fær tað? 6. Hvat verður sagt um luft, eld og jørð?

Uppgávur

1. Samanber skapanarsøgurnar og greið frá. Hvussu fólk hava fatað sambandið millum menniskju og náttúru. Hví vit eiga at ansa eftir skapanarverkinum. Hvat vit gera rætt nú á døgum, og hvat vit kunnu gera betur.

2. Lesið sálmin og kannið eftir, hvat tey orð merkja, sum tit ikki kenna. 3. Hvørji sjónarmið koma fram í sálminum? 4. Hvat merkir tað at ansa eftir og ráða yvir náttúruni? 5. Hvar gongur markið millum at ráða yvir og at ansa eftir? 6. Hvat merkir livilig kor fyri teg og hví?

Page 13: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 13

Hvussu arbeiðast kann við 1. kapitli:

• Skriva orðið ”skapa”. Hvat rennur tær í hug? Nevn so nógv tú kanst. • Hvat er øvuti týdningurin av orðinum “skapa”? • Hvør skapanarsøga hugtók teg mest? Hví júst hon? • Lesa søguna ”Havsins móðir” á snar.fo/kristni8. Á hvønn hátt merkist tað, at

Grønland er eitt strandaland? Er evnið eisini viðkomandi fyri okkum? • Er henda søga viðkomandi fyri okkum?

Skapan í Gamla Testamenti

Skapanin í Gamla Testamenti er ein partur av kristnu trúnni. Tó hevur skapanin volt kristnum høvuðbrýggj. Tann skapanarsøgan, vit kenna best, er tann í 1. Mósebók, men skapanin er nevnd aðrastaðni við, og tá er raðfylgjan ikki altíð tann sama. Tað kann merkja, at teir, sum savnaðu Bíbliuna sum verk, ikki hava hildið tað havt alstóran týdning við raðfylgjuni. Heldur hevur tað týdning, at alt tað skapta er Guds verk.

Orðið skapar

Gud skapti alt við sínum orðum. Grundtvig segði í einum av sálmum sínum, at gátan um alt frítt og fagurt er guddómsorðið, sum skapar tað, tað nevnir. Tað kann minna okkum á, at orð als ikki eru týdningarleys. Við orðinum kunnu vit byggja upp, men við orðinum kunnu vit eisini bróta niður.

Page 14: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 14

Kapittul 2

Pætur ápostul

Samandráttur • Í fyrra parti av Ápostlasøguni er Pætur høvuðspersónur • Ápostlasøgan sigur frá arbeiðinum hjá ápostlunum • Pætur var kletturin, ið Jesus bygdi kirkju sína á • Pætur hevur skrivað tvey av brøvunum í Nýggja Testamenti • Pætur doyði sum pínslarváttur í Róm

Uppgávur

• Lesið Luk 22,54-62 og Jóh 21,15-19.

Hvørjar týdningarmiklar hendingar fara fram í hesum brotunum?

• Lesið Áp 12,1-17.

Tosið um støðu Pæturs í fangahúsinum, og hvussu Pætur og samkoman upplivdu bjarging hansara

• Í Føroyum verða kristin ikki forfylgd, siga vit, men kann tað verða trupult at vera kristin í Føroyum? Hví?/Hví ikki?

• Nevnið dømi um, at kristin í øðrum londum hava tað trupult.

Uppskot Hvussu arbeiðast kann við 2. kapitli:

1. Næmingarnir kunnu viðgera støðuna, tá ið Pætur velur at fara frá starvinum sum fiskimaður og fylgja Jesusi.

a. Hvat mundi konan halda um hetta? b. Hvat mundu børnini halda um hetta? c. Hvussu heldur tú, at konan og børnini lívbjargaðu sær eftir hetta?

2. Næmingarnir kunnu í bólkum viðgera hendingar frá lívi Pæturs og leggja fram fyri

floksfeløgum. Nýtast kunnu ymiskir háttir t.d. fyrilestur við power-point, myndir, kort v.m. Fyri at stuðla undir framløgu ber til at finna tilfar á internetinum. Ávísingarnar til skriftinar, ið verða nevndar í brotinum um Pætur, kunnu eisini verða nýttar í hesum høpi.

Page 15: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 15

3. Latið bólkar lýsa Pæturskirkjuna, Vatikanið og tað virksemi, ið knýtir seg at hesum staði.

Pætur ápostul

Á hebraiskum var Pætur nevndur Simun. Hann varð føddur í Betsajda við Genezaretvatn. Pápi hansara æt Jóhannes. Navnið Jóhannes var ofta stytt til Jónas, og tí hoyra vit av og á Pætur nevndan Jónasarson.

Pætur og beiggi hansara, Andrias, fluttu til Kapernaum, har teir búðu í sama húsi. Pætur var giftur maður, og vermóðirin búði eisini hjá teimum. Vit hoyra eisini í Mark 1,29-31 at Jesus grøðir vermóður Pæturs, ið lá sjúk. Hann tók í hondina á henni og reisti hana upp. Og við tað sama kundi hon borðreiða fyri teimum.

Fyrstu lærusveinar Jesu

Pætur og bróðir hansara vóru fyrstu lærusveinar Jesu. Jesus hitti teir ein dagin, hann gekk fram við Genesaretvatn. Teir báðir stóðu og reinsaðu og bøttu gørnini. Teir høvdu verið úti á vatninum og roynt, men fiskiskapurin var vánaligur. Jesus steig upp í bát teirra og prædikaði fyri teimum mongu, ið tyrptust um hann.

Jeus bað síðani brøðurnar leggja út frá landi og seta gørnini. Teir siga sum er, at teir hava roynt alla náttina, men einki fingið.

Kortini gjørdu teir, sum Jesus bað. Og ógvuliga bilsnir gjørdust teir, tá ið gørnini fyltust við góðum fiski, ja, so nógv fingu teir, at teir máttu biðja ein annan bát koma teimum til hjálpar. Í hesum báti vóru brøðurnir Jóhannes og Jákup.

Tá ið hesir fýra sóu tann ótrúliga fongin, fullu teir óttafullir Jesusi til kníggja, Luk 5,10.

Men Jesus bað teir koma og fylgja sær, tí hereftir skuldu teir verða mannafiskarar.

Tá ið teir høvdu drigið bátarnar upp á land, fóru teir frá gørnum og reiðskapi og fylgdu honum.

Fiskimaðurin Pætur

Lívið, sum fiskimaður á Geneseretvatni var ofta strævið við longum arbeiðsdøgum. Vanliga arbeiddi tveir og tveir mans saman á báti, soleiðis sum Pætur og Andreas gjørdu.

Page 16: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 16

Reiðskapurin var húkur ella gørn, ið vórðu kastað út frá landi, ella ein long nót, ið tveir bátar drógu ímillum sín.

Tá ið fiskurin var reinsaður og skildur sundur eftir stødd, varð hann seldur á staðnum ella saltaður og førdur til Jerúsalems.

Tað var hetta lívið Jesus bað Pætur leggja aftur um seg. Í staðin skuldi hann læra, hvussu menniskju “verða fiskað”.

Lærusveinurin Pætur

Vit fáa nógv at vita um Pætur í Nýggja Testamenti. Veikleikar og styrki verða væl lýst. Hann er tann lærusveinur Jesu, vit fáa mest at vita um.

Saman við Jákupi og Jóhannesi var hann ein av teimum, ið var tættast knýttur at Jesusi. Hesir tríggir vóru ofta saman við Jesusi, um hinir ikki vóru tað.

Pætur var ein sera íðin lærusveinur, hann var skjótur at taka avgerðir, men hann var eisini skjótur at ivast, tá ið á stóð. Viðhvørt trýr hann fult og fast, at Jesus er tann lovaði Messias. Men so, tá ið Jesus roynir at greiða lærusveinum sínum frá líðing síni, sigur Pætur í Matt 16,22-23: Náði teg, Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!

Tá er tað Jesus sigur við hann: Vík aftur um meg, Sátan!Tú ert mær ein meinbogi; tí at tí gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.

Skilir ikki, Mark 9,5-6 Jesus tók ein dagin Pætur og Jákup og Jóhannes við sær niðan á eitt høgt fjall. Har umbroyttist hann fyri eygum teirra, og klæði hansara vóru skínandi hvít. Síðani komu Elia og Móses til sjóndar, og tosaðu við Jesus.

Lærusveinarnir ræddust og Pætur, ið ikki visti, hvat hann skuldi siga helt fyri: Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina, Mósesi eina og Elia eina.

Hevur ilt við at fyrigeva, Matt 18,21

Pætur spurdi Jesus, hvussu ofta hann skuldi fyrigeva einum, ið syndaði ímóti sær, um sjey ferðir var nóg mikið.

Tá svaraði Jesus, at betri var at fyrigeva sjúti ferðir sjey ferðir.

Page 17: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 17

Hevði órealistiska sjálvsfatan, Matt 26,33-35 Pætur var vísur í, at hann ongantíð fór at avnokta Jesus. Tað sama søgdu hinir lærusveinarnir. Men Jesus segði við Pætur, at áðrenn hanin gól næsta morgun, skuldi Pætur hava avnoktað seg tríggjar ferðir.

Verður rættleiddur av Jesusi, Matt 16,22-23

Fyri fyrstu ferð tosaði Jesus um, at hann skuldi doyggja, men rísa upp aftur triðja dagin. Pætur vildi ikki trúgva hesum.Tá helt Jesus fyri við hann: Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.«

Avnoktar Jesus, Mark 14,66-72

Jesus var handtikin. Pætur var staddur í borgargarðinum, tá ein av arbeiðskonunum kennir hann aftur sum ein av Jesu lærusveinum. Tvær ferðir noktar hann fyri hesum. Tá ið nakrir, ið har stóðu, hildu seg kenna Pætur aftur, svór og bannaði hann uppá, at hann kendi ikki mannin, ið tey talaðu um.

Í tí sama gól hanin. Tá kom Pæturi til hugs, hvat Jesus hevði sagt. Og hann skar í grát.

Høgdi oyrað av tænara høvuðsprestsins, Jóh 18,10

Tá ið Jesus var svikin, og nakrir vaktarmenn og sveinar hjá høvuðsprestunum komu eftir honum, tók Pætur svørðið hjá sær og sló ein av monnunum, Malkus, og høgdi høgra oyra av honum.

Tá segði Jesus við Pætur: Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær?

Viðurkennir hvør Jesus er, Matt 16,16

Lærusveinar Jesu vóru eitt sindur í iva, hvussu teir skuldu svara Jesusi uppá spurningin, hvør hann var. Teir søgdu, at summir hildu hann vera Jóhannes doyparan, onnur Elia, Jeramia ella eina av profetunum. Jesus spurdi teir so, hvønn teir, hildu hann vera.

Tá svaraði Pætur: Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs. Eftir hetta svar kunngjørdi Jesus, at Pætur var tann klettur, ið hann vildi grunda kirkju sína á.

Hevði nóg sterk trúgv at royna at ganga á vatninum

Page 18: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 18

Genesaretvatn er um 21 km langt og eini 13 km, har tað er breiðast. Jordan á rennur út í vatnið. Kringumstøðurnar gera, at har kann vera stormur, harðar hvirlur og stórar aldur.

Einaferð bað Jesus lærusveinarnar sigla yvir um vatnið, meðan hann sjálvur fór niðan á fjallið at biðja.

Tá ið teir vóru staddir mitt úti á vatninum, komu teir í illveður. Teir høvdu ilt við at rógva ímóti vindinum, og teir vóru illa staddir.

Tá síggja teir okkurt koma eftir vatninum. Teir hildu hetta vera eitt spøkilsi, og teir róptu av ræðslu. Men tá hoyra teir rødd Jesu. Hann biður teir ikki óttast. Pætur biður Jesus rópa hann til sín. Jesus so ger.

Pætur steig úr bátinum og gekk yvir ímóti Jesusi. So leingi hann leit á Jesus, gekst honum væl. Men tá ið hann hugdi rundan um seg og sá tær stóru aldurnar, ræddist hann og tók at søkka.

Jesus bjargaði honum, og stutt eftir var stilli. Lærusveinarnir undraðust stórliga og sóu, at hesin maður sanniliga var Guðs sonur, Matt 14,25-29

Hann kendi tann upprisna Jesus og rann honum ímóti, Jóh 21,7

Nakrir av lærusveinum Jesusar vóru í báti á Tiberiasvatni. Eingin fiskiskapur var hesa náttina. Móti morgni stóð Jesus í fjøruni, men teir kendu hann ikki. Hann spurdi, um teir høvdu nakað at eta. Tað høvdu teir ikki. Jesus bað teir seta gørnini út aftur høgru megin bátin. Teir so gjørdu og fingu hópin av fiski.

Tá sigur tann eini við Pætur: Tað er Harrin. Tá ið Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtilin um seg, tí at hann var nakin, og leyp á vatnið.

Pætur stígur alment fram

Fyrsta hvítusunnudag, tíggju dagar eftir at Jesus var farin til himmals, steig Pætur alment fram saman við hinum lærisveinunum. Tað sýnist, sum hann við tað sama tekur leiðsluna og prædikar um, at nú var alt gingið út, sum Gud hevði fyrijáttað við Jóel profeti. Á hinum evstu døgum skuldi hann hella út av anda sínum yvir alt hold.

Pætur minti tey á, at Jesus úr Nasaret, sum tey høvdu krossfest, var risin upp frá deyðum, at Gud hevði gjørt hann bæði til harra og Krist.

Tá fólkið spurdi, hvat tey skuldu gera, biður Pætur tey venda um og lata seg doypa í navni Jesu Krist til fyrigeving syndanna, og tey skuldu fáa gávu heilaga andans.

Pætur saman við hinum ápostlunum gjørdu mong tekin og undur.

Page 19: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 19

Grøddi ein haltan biddara og boðaði orð Guds, Áp 3,1-26

Ein dagin Pætur og Jóhannes vóru í halgidóminum, sóu teir ein mann, ið hevði verið lamin frá móðurlívi liggja við dyrnar. Hann livdi av teimum olmussum, hann fekk.

Pætur segði sum var, at hann átti einki at geva honum annað, enn at biðja hann í navni Jesusar at reisa seg og ganga. Síðani tók hann í hondina á tí lamna og reisti hann upp.

Maðurin var grøddur og gekk í halgidóminum og lovaði Gudi.

Greiddi ráðnum frá Jesusi, Áp 4,1-22; 5,17-42

Hópur av fólki savnaðist um Pætur og Jóhannes. Pætur prædikaði um Jesus, at hann var tann Kristus, ið profetarnir høvdu spáað um. Tá komu prestarnir og saddukeararnir saman við høvuðsmanninum fyri halgidómin og settu teir í varðhald. Teir vóru førdir fram fyri ráðið og spurdir,við hvørjum mátti ella í hvørjum navni, teir prædikaðu og grøddu.

Pætur gjørdi tá øllum kunnugt, at tað var í navni Jesusar, hann sum teir høvdu krossfest, og sum Gud hevði reist upp frá deyðum, teir gjørdi tað, teir gjørdu. Tí, teir kundu ikki annað enn tala um tað, sum teir høvdu sæð og hoyrt.

Ráðið kundi einki siga, tí maður, ið teir høvdu grøtt, stóð frískur framman fyri teimum, men teir góvu teimum boð um als ikki at læra í Jesu navni.

Ákærir Ánanias og Saffiru fyri at hava logið fyri Gudi, Áp 5,1-11 Fyri at skilja frásøgnina um Ánanias og Saffiru mugu vit taka fram tað, ið stendur í kapitlinum frammanundan um tey fyrstu kristnu, og hvussu tey býttu alla ogn og hjálptu hvørjum øðrum, so eingin skuldi líða neyð.

Øll tey, ið tóku við kristnu trúnni, løgdu dent á, at alt tey áttu var samogn. Og um onkur seldi eitthvørt, so kom hann við peningavirðinum fyri tað selda til lærusveinarnar. Síðani var tað býtt til teirra, ið høvdu tørv á hjálp. Tískil var eingin teirra millum, ið leið neyð, Áp 4

Ánanias og Saffira, seldu ein eigindóm. Hjúnini tóku nakað av virðinum burturav, og góvu síðani ápostlunum restina.

Pætur hevði at Ánaniasi, og ákærdi hann fyri at hava logið fyri Gudi. Tá ið Ánanias hoyrdi hetta, fell hann deyður niður.

Nakrir ungir menn bóru hann út og jarðaðu hann.

Page 20: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 20

Nakrar tímar seinni kom Saffira, ið einki visti um tað, ið hent var. Pætur spurdi hana, um hetta var virðið, ið tey seldu ognina fyri. Hon játtaði.

Nú fekk hon at vita, hvat var hent Ánaniasi, og at tað sama fór at vera henni fyri. Hon fall deyð niður, og somu menn bóru hana út og jarðaðu hana hjá manninum.

Hesin tilburður loypti ótta á alt kirkjuliðið.

Prædikaði og bað fyri fólki í Sámaria, Áp 8,14-25

Pætur og Jóhannes vóru sendir til Sámaria, har høvdu fleiri tikið við Guds orði, og høvdu latið seg doypa, men enn var heilagi andin ikki fallin á nakran. Teir báðir løgdu so hendurnar á tey, og tey fingu heilaga andan.

Ein maður, ið nevndist Símun helt, at tað var hesum báðum ápostlunum fyri at takka, at heilagi andin var komin yvir fólk. Símun bjóðaði teimum pening, at hann eisini kundi fáa mátt at geva fólki heilagan anda.

Men Pætur greiddi honum frá, at ikki bar til at vinna Guds gávu við peningi. Hjarta Símunar var ikki rætthugsandi. Har mátti broyting til, og hesa broyting mátti Símun biðja Gud hjálpa sær við.

Men Símun svaraði og segði: Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma yvir meg av tí, sum tit hava sagt!

Tá ið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerúsalem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámariubúgvum.

Grøddi Eneas í Lýdda, Áp 9,32-35

Pætur vitjaði tey trúgvandi í Lýdda. Har hitti hann lamna mannin, Eneas, sum í fleiri ár hevði verið seingjaliggjandi. Í navni Jesusar grøddi Pætur Eneas, og mong menniskju har á leiðini tóku við kristnari trúgvi.

Vakti Tabitu, ið búði í Joppe, frá deyðum, Áp 9,32-35

Í Joppe búði ein gudrøkin kvinna,Tabita, ið var kend fyri sínar góðu gerðir og fyri sítt gávumildni. Hon gjørdist sjúk og doyði.

Page 21: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 21

Men við tað at Joppe var nær við Lýdda, har Pætur júst tá var staddur, vórðu boð send eftir honum.

Tá hann kom á staðið, fóru tey við honum til ta deyðu, har mong stóðu grátandi rundanum.

Pætur læt tey øll fara út. Hann fell á knæ og bað. Síðani vendi hann sær móti líkinum og segði: Tabita, reis teg upp! Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp.

Hann rópaði síðani tey inn, ið uttanfyri stóðu. Tá ið tað frættist, ið hent var, vóru tað mong, ið tóku við kristnari trúgv.

Prædikaði fyri ikki-jødum í Kesarea, Áp 10,1-48

Í Kesarea búði Kornelius. Hann var rómverskur herhøvdingi. Hann og alt hús hansara var gudsóttandi, tey góvu nógvar olmussur og bóðu altíð til Guds.

Ein dagin sá hann skilliga í eini sjón ein eingil, ið bað hann senda menn til Joppe eftir Pæturi, ið helt til hjá einum garvara, Símuni, ið búði í einum húsi niðri við sjógvin.

Símun so gjørdi. Men meðan teir vóru á leið og nærkaðust bygdini fór Pætur upp á takið at halda bøn. Hetta var um middagsleitið. Pætur var ógvuliga svangur. Og meðan matgjørt varð, sá hann himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar. Á hesum dúki vóru øll ferføtt djór og skriðdjór á jørðini og himmalsins fuglar.

Pætur hoyrdi eina rødd siga við seg: Statt upp, drep og et! Men Pætur segði seg ongantíð hava etið nakað vanheilagt og óreint, so tað vildi hann ikki. Men røddin helt fram Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!

Tað sama hendi tríggjar ferðir , og síðani varð luturin tikin upp aftur til himmals.

Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði sæð, mundi hava at týða, tá høvdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi, funnið húsini.

Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann: Sí, tríggir menn leita eftir tær! Tú skalt fara avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.

Menninir greiddu Pæturi frá tí, ið Korneliusi hevði verið fyri, og at eingilin hevði givið boð um at fáa Pætur at koma til teirra.

Dagin eftir fór Pætur avstað við teimum, saman við øðrum haðani.

Page 22: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 22

Tá ið teir komu til Kornelius fall hann á knæ fyri Pæturi og tilbað hann. Men Pætur bað hann reisa seg, tí hann var ikki øðrvísi enn aðrir menn. Hann greiddi teimum frá, at Gud hevði víst honum, at gamla siðvenjan hjá jødum, um at halda seg frá manni av øðrum fólki, ikki var røtt. Hann skuldi onga menniskju halda vanheilaga ella óreina. Av somu orsøk var hann eisini komin til teirra uttan at spyrja, hví boð vórðu send eftir honum.

Kornelius greiddi honum frá einglavitjanini, og nú skilti Pætur av sonnum, at Gud ikki gjørdi mannamunn.

Pætur prædikaði síðani fyri øllum, ið har vóru komin saman, og heilagur andi fell yvir øll tey, ið hoyrdu orðið, og tey vórðu doypt í Jesu navni

Greiðir frá, hví hann doypir ikki-jødar, Áp 11,1-18 Ápostlarnir og brøðurnir, sum vóru í Júdea, hoyrdu, at heidningar eisini høvdu tikið við Guds orði, og teir átalaðu Pætur fyri at hava verið inni hjá óumskornum monnum og at hava etið saman við teimum.

Men Pætur greiddi teimum frá øllum tilburðinum viðvíkjandi Korneliusi, sjónini hann sjálvur hevði havt í Joppe, og hvussu hann var heintaður til Kesarea til Kornelius, har hópur av fólki var komin saman. Tá ið hann prædikaði fyri teimum, fell heilagi andin á tey, eins og á lærusveinarnar á sinni. Tá var tað, at hann kom at hugsa um orð Harrans, tá ið hann segði: Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda. Pætur helt, at um Gud hevði givið teimum somu gávu sum ápostlunum, so kundi hann ikki forða Gudi.

Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Gudi og søgdu: So hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.

Verður settur í fangahús, men hjálptur útaftur av einum eingli, Áp 12,3-9 Heródes kongur fór illa við teimum trúgvandi, og fleiri vóru tikin av døgum. Hann tók eisini Pætur og setti hann í fangahús. Sera góð vakt varð hildin yvir Pæturi, men kirkjuliðið bað uttan íhald fyri honum. Hetta var um páskirnar, og Heródes ætlaði eftir høgtíðina at føra Pætur fram fyri fólkið. Um náttina svav Pætur, bundin við leinkjum, millum tveir vaktarmenn og eisini varð hildin vakt uttan fyri dyrnar. Alt í einum skein ljós í fangarúminum. Ein eingil vakti Pætur og bað hann reisa seg. Leinkjurnar fullu av, eingilin bað hann lata seg í skógvarnar, kasta kappan um seg og fylgja honum. Hann so gjørdi, og hann visti ikki, um hetta var veruleiki, ella hann hevði sæð eina sjón. Men úti var hann.

Page 23: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 23

Kom við góðum grundgevingum á ápostlafundinum í Jerúsalem, Áp 15,5-11

Ápostlarnir og hinir elstu komu saman at samráðast um, hvørt teir, ið høvdu tikið við kristnari trúgv, áttu at verða umskornir og at fáa boð um at halda Móselógina.

Tá harðligt orðaskifti hevði verið um spurningin, reistist Pætur og helt fyri, at Gud hevði givið boð um at bera heidningum gleðiboðini, og at hann hevði givið heidningum eins og teimum heilaga andan. Ongan mun gjørdi Gud á monnum, men við trúnni reinsaði hann hjørtu teirra.

Pætur helt, at heidningarnir vórðu frelstir við Harrans náði á sama hátt sum teir, og eingin orsøk var til at leggja nakrar treytir á.

Pætur leiðari og trúboðari

Pætur gjørdist leiðari hjá lærusveinunum. Hann leiddi eisini fyrstu kristnu samkomuna.

Pætur var bæði trúboðari millum jødar í Palæstina og uttan fyri Palæstina Gal 2. Hann hevði konuna við sær, 1. Kor 9,5. Eina tíð hjálpti Markus Pæturi, 1. Pæt 5,13

Á trúboðaraferðum sínum kom Pætur, eftir øllum at døma, eisini til Róm. Tað sigst, at hann doyði har sum pínslarváttur undir forfylgingini hjá Nero í árinum 64. Jesus hevði eisini sagt, at Pætur skuldi doyggja sum pínslarváttur, Jóh 21,18-19

Tað verður sagt, at Pætur varð krossfestur við høvdinum niðureftir. Hann helt seg ikki vera verdan at doyggja á sama hátt sum Jesus. Hildið verður, at Pætur er grivin undir Pæturskirkjuni í Róm.

Brøv Pæturs

Tvey av brøvunum í Nýggja Testamenti bera navn Pæturs. Fyrra brævið varð sent til bólkar av kristnum, í teimum fimm rómversku landslutunum Pontus, Galatia, Kappadókía, Ásia og Bitýnia. Hetta var meginparturin av Turkalandi, ið lá norðan fyri Taurus fjøllini. Taurus fjøllini síggjast úr kenda fríðtíðarstaðnum, Alanya.

Í brøvum Pæturs verður sagt, at kristin menniskju eru sannir arvingar til tey lyfti, jødar fingu í Gamla Testamenti. Her finnast eisini mong ráð um, hvussu kristin eiga at liva í truplum tíðum.

Hitt fyrra almenna bræv Pæturs

Page 24: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 24

Møguliga skrivaði Pætur brævið úr Róm, um ta tíðina, tá ið Nero byrjaði atsóknir sínar at teimum kristnu. Hildið verður, at hann hevði Markus at hjálpa sær at skriva. Helst hevur Silas her nevndur Silvanus, ið eisini fylgdist við Paulusi, hjálpt Pæturi at skriva, 1. Pæt 5,12

Pætur væntaði, at kristin í øðrum pørtum av rómverska ríkinum eisini fóru at merkja sviðan av atsóknum Neros. Boðskapur hansara er uggandi við áheitan um at halda fast við trúnna.

Hitt fyrra almenna bræv Pæturs viðger hesi evni:

• Lov til Guðs fyri endurføðingina til frelsu • Um at liva í kærleika við hvønn annan • Ávaring móti illskapi • Áminning um at leita sær andliga føði í orðinum • Atferð teirra kristnu heidninganna millum, móti stýrisvøldum og móti tænastufólkum

og húsbøndum • Ábyrgdir í hjúnalagnum • Áminning um eyðmýkt og góðgerðir • Áminning um tol undir líðing • At liva eftir Guðs vilja

Hitt seinna almenna bræv Pæturs

Tað seinna bræv Pæturs sigir einki um, hvar brævið er skrivað, ella hvørjum tað er ætlað.

Granskarar hava ivast í, um Pætur sjálvur hevur skrivað hetta brævið, tí tað er nakað øðrvísi orðað enn tað fyrra. Tað kann vera, at ein av lærusveinum Pæturs hevur orðað brævið eftir læru Pæturs.

Pætur bíðar eftir deyðanum 2. Pæt 1,14. Samkoman er umgird og ørkimlað av falskari læru um kristnan atburð og Jesu afturkomu.

Hitt seinna bræv Pæturs viðger hesi evni:

• Áminning um halgan í tí dagliga lívinum • Áminning og vitnisburður um Krist og afturkomu hans • Ávarðing móti falslærarum

Page 25: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 25

• Áminning um heilaga atferð og um at vara seg fyri falslærarum, sum reingja brøv Paulusar

Pæturskirkjan í Róm

Pæturskirkjan, ella sum italienar kalla hana Basilica di San Pietro in Vaticano, er ein av heimsins størstu kirkjum. Hon liggur í Vatikanríkinum og er kendasta rómversk-katólska kirkjan. Hvønn jólaaftan ber til at fylgja sjónvarpsgudstænastu úr hesi kirkju. Pávin prædikar, og hópur av fólki úr øllum heiminum leitar sær til hesa gudstænastu.

Tað tók 120 ár at byggja kirkjuna (1506-1626). Kirkjan varð bygd á staðnum, har ein gamal halgidómur frá 300 –talinum hevði staðið. Sagt verður, at Pætur ápostul varð krossfestur og grivin, har hesin halgidómur stóð. Grøv Pæturs er undir høvuðsaltarinum í kirkjuni. Fleiri pávar liggja eisini grivnir har.

Í kirkjuni er hópur av vøkrum mosaikk -og marmorstandmyndum. Ein tann kendasta standmyndin er Pieta, eftir Michelangelo. Hon ímyndar Mariu moy við tí krossfesta Jesusi í føvninginum.

Page 26: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 26

Kapittul 3

Grundtvig

Samandráttur

• Grundtvig er danskt sálmaskald • Grundtvig las gudfrøði, hóast hugurin stóð til hugvísindi • Tá royndarprædikan kom út í bók, kom Grundtvig í stríð við gudfrøðingar • Grundtvig helt, at kirkjuni tørvaði veking • Grundtvig stovnaði fyrsta fólkaháskúla í Rødding í 1844 • Grundtvig helt, at øll áttu at kunna siti í landsins stjórn • Háskúli varð stovnaður í Føroyum í 1899 eftir sama leisti, sum Grundtvig nýtti

Spurningar:

1. Er okkurt í brotinum um Grundtvig, sum tú heldur hevur týdning enn í dag? 2. Grundtvig helt, at øll eiga at kunna sita á tingi. Hvønn týdning heldur tú, tað

hevur? 3. Hvønn týdning hevur tað at hava opið kjak um trúarspurningar? 4. Farið á heimasíðuna hjá Føroya Fólkaháskúla. Hvørji tilboð hevur skúlin í dag?

Uppgávur:

• Lesið sálmin “Lítla Guðs barn” og kannið, hvat torfør orð merkja • Samanberið sálmin við Jesu fjallatalu, Matt 6,25-34 • Hvat merkir orðingin “Lítla Guðs barn”? • Hvat er tað at stúra? • Hvat hava vit at stúra fyri í dag? • Eiga vit at stúra? Hví/hví ikki? • Samanberið sálmarnar. Hvar síggja vit, at annar er ein sorgarsangur, men hin er ein

lovsangur? • Hvar sæst tað í sálminum eftir Grundtvig, at hann er yrktur í romantiskum stíli?

Page 27: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 27

Hvussu arbeiðast kann við 3. kapitli:

• Hvussu verður tíðin, ið Grundtvig livir og virkar í, lýst?

• Hvat líkist okkara tíð, og hvat brýtur frá?

• Lat næmingarnar velja ein sálm hjá Grundtvig úr sálmabókin og greina eftir greingarfrymli.

• Hví valdi næmingurin júst henda sálmin?

• Hvønn týdning hevur Grundtvig havt fyri føroyskt kirkjulív og føroyingar?

Sálmarnir

N. F. S. Grundtvig er helst best kenda danska sálmaskald. Av teimum 754 sálmunum í donsku sálmabókini eigur Grundtvig 272. Tað størru helvtina hevur hann sjálvur yrkt, aðrar hevur hann týtt ella tillagað.

Sálmar hansara hava ikki altíð fingið líka góða móttøku. Tað var, meðan rættarsakin við H. N. Clausen gekk, at danir í 1826 skuldu hátíðarhalda, at Danmark hevði verið kristið í 1000 ár. Til hetta høvið yrkti Grundtvig nakrar fagnaðarsálmar harímillum sálmin “Hin signaða dag vit síggja fró”. Biskupurin Jacob P. Mynster sýtti fyri, at sálmurin kundi verða sungin við hátíðarhaldið, tí bert sálmar, sum biskupurin hevði valt, skuldu syngjast. Jacob P. Mynster helt eisini sálmarnar vera óhóskandi og torskildar. Sami Mynster mátti í 1846, eftir trýsti frá myndugleikum í sálmbókaspurninginum, geva út eitt ískoyti til donsku sálmabókina. Ískoytið hevði 36 sálmar, men bert ein var eftir Grundtvig.

Drotning Karolina Amalia gekk ofta í Vartov kirkju at hoyra Grundtvig prædika. Helst hevur hetta gjørt sítt til, at Grundtvig varð góðtikin, og sálmar hansara við tíðini vunnu sær sæti í kirkjunum.

Sálmar eftir Grundtvig eru ofta sálmar við orðinum “vit”, og ikki so ofta við orðinum “eg”. Grundtvig helt, at vit eru samkoman, og vit skulu syngja sálmar saman. Tað var týdningarmikið.

Menniskja fyrst og kristin so

Tað er fyrst og fremst sum sálmaskald, vit í Føroyum kenna Grundtvig. Sálmurin “Menneske først og kristen så”, er ongantið vorðin kendur, men tað eru tær fyrstu reglurnar harafturímóti.

Page 28: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 28

Onkur hevur hildið, at Grundtvig metti, at Guds ríki kom í aðru røð, men soleiðis er ikki. Sum tíðin leið sá Grundtvig, at mannalívið var virðismikið í sjálvum sær, eisini áðrenn kristindómin. Mannalívið skuldi ikki kristnast, tvørturímóti var eitt satt mannalív fyritreytin fyri kristna lívinum. Bæði kristin og heidningar kunnu vera samd um, hvat eitt satt og gott lív er, men frelsan fæst einans við trúgv. Og trúgvin til frelsu varð boðað í kirkjuni. Men mannalívið skuldi eisini livast í heiminum.

Tær seinastu reglurnar í sálminum sipa til, at tann, sum hevur upplivað lívsins stórbari og skilt, at tað ikki er menniskjaverk, hann hevur lættari við at skilja Guds góðsku ímóti menniskjum.

Page 29: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 29

Menneske først og Christen saa

1. Menneske først og Christen saa Kun det er Livets Orden, Kaldes vi Faar, tænk dog ej paa At lægge Dyr til Hjorden! Og Djævelskab til Christendom Kan Almagt selv ei skabe om, Kast ei for Svinet Perlen! 2. Djævlene vel, som før saa nu, Naar Herren de kan møde, Sige: vi veed, Guds Søn er Du, O, læg os reent ei øde; Men hvad de veed, de kan ei troe, Hos Mørkets Drot de helst vil boe For han er deres Fader! 3. Menneske først og Christen saa,

Det længe Man forgiætted, Dyr og Djævle Man Christned paa, Og Morianer tvætted Hedd uden Tro paa Christus klog, Og salig priste Læsibog, Mens Hedninger fordømdes! 4. Adam var dog en hedensk Mand Det Enoch var ei mindre Var dog for Gud i Naade-Stand Vi kan det ei forhindre Fuldkommen Noah i sin Tid Var dog foruden Tvist og Strid

Ej Christen eller Jøde! 5. Abraham var Guds gode Ven, Men Christen ingenlunde, David og mange troe Guds Mænd Det end ei være kunde, Var Christne til før Christus kom, Blev Løgn og Tant al Christendom, Det er ei svart at fatte! 6. Døberen var den største Mand Blandt alle Davids Lige, Større dog er endnu end han Den Mindste i Guds Rige, Enhver som troer og bliver døbt, I Christentøi med Christus svøbt Hver Christen kort at sige! 7. Menneske først og Christen saa, Det er et Hoved-Stykke, Christendom vi for Intet faae, Det er den pure Lykke, Men Lykke, som kun times den, Der alt i Grunde er Guds Ven Af Sandheds ædle Stamme! 8. Stræbe da hver paa denne Jord Sandt Menneske at være Aabne sit Øre for Sandheds Ord, Og unde Gud sin Ære; Er Christendom da Sandheds Sag

Page 30: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 30

Om Christen ei han er i Dag Han bliver det i Morgen!

Grundlógin N. F. S Grundtvig kendi væl umstøðurnar í Føroyum. Tá grundlógin varð samtykt í Danmark í 1849, gjørdi Grundtvig í ríkisdegnum vart við tað órímiliga í, at føroyingar ikki sjálvir kundu gera av, hvørjar lógir skuldu galda í Føroyum. Serliga hevði hann at tí skúlaskipan, sum danir hildu skuldi vera í Føroyum, at skúlin skuldi vera danskur, av tí at kirkjumál vóru donsk. Grundtvig førdi við sama høvi fram, at føroyingar hava varðveitt gamlan siðaarv á mannamunni í kvæðum og vísum og vísir á, at hesin arvur hevur verið livandi millum fólk. Soleiðis var ikki í Íslandi. Har fanst hesin skaldskapur bert í skrivligum keldum. Í 1845 yrkti N.F.S.Grundtvig ein tátt um føroyska skúlamálið, Fru Saga hun bygged fra Hedenold. Fru Saga hun bygged fra Hedenold,

Hvor Bølgerne blaane i Norden,

Hun havde sin Lystborg paa grønne Vold

I Skoven ved Isefjorden.

Naar trætte blev Kæmper, og Salen hed,

Og Tungen blev tør i Munden,

Da Odin han immer til Saga red

Paa Slejpner i Middagsstunden.

Der ventede paa ham en Læskedrik

I Sagas det glatte Guldbæger,

Hun skjænkede for ham med yndigt Blik,

Det Sjælen som Vin vederkvæger.

Hun havde et Spejl af det bedste Glar,

I det saaes alle Idrætter,

Det hos sig i Barmen hun trøstig bar

Og brugte i Maaneskins-Nætter.

Og alt, hvad hun øjned i Spejlet klart,

Det laa hende brat paa Tunge,

Page 31: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 31

Og flød fra Læben saa let og rart

Som Fugle i Lunden sjunge.

Men hvor er Fru Saga nu bleven af?

Er end hun paa Jord at finde?

Hvad heller hensovet og lagt i Grav,

Med Runer kun til sit Minde?

Fra Island det Sorgens Budskab lød :

Hun er ikke mer i Live,

Hun blegnede ved „den sorte Død"

Og lader sig ej opskrive.

Fra Fære dog hid over salten Sø

Der kom en Fugl lillebitte

Og sang: „Jeg kjender endnu den Ø,

Hvor Odin kan Saga hitte.

„Hun legte Skjul med den sorte Død

Og pipped ej, naar han kaldte,

Hun blev vel rynket, men er dog sød

Og rørig bag Sø den salte.

„Naar Kæmpeviser og gamle Ord

De flyde fra hendes Tunge,

Da springe de smaa paa Bænk og Bord,

Saa danse de gamle og unge.

„Og red kun Odin en Gang i Løn

Paa Otteben over Bølge,

Da blev Fru Saga vist ung og skjøn,

Det nænner jeg ej at dølge." —

Nu, Skolemester! hvad skader dig?

Faar ondt du af Fuglekvidder?

Du møder ej Saga paa din Vej,

Endsige da Gudhjems Ridder.

„Ej bryder jeg mig om Bragesnak,

Men agter dog paa Tendensen,

Og hader til Bunds alt Hedningpak,

For jeg hedder Kristen Jensen.

,Jeg lugter det godt, der er en Hex,

Der holder end Pugeskole,

Hvor Ungerne fniser og slaas og trækk's

Og springer paa Borde og Stole.

„Men bi til Sommer, du Saga prud!

Til Kristen da sadler Havhesten:

Page 32: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 32

Af Halsen jeg river dig Tungen ud,

Saa snakkes vi siden om Resten.'' —

O, Skolemester! ihvad du gjør,

Forgrib dig dog ikke saa saare!

For ellers din Død vi sikkert spør

Fra Færø med Skibet ad Aare.

Har Saga narret den sorte Død,

Og springes der, naar hun sjunger,

Da har herefter hun ingen Nød,

Utallige er hendes Tunger.

Da bygger vi hende en Borg paa Fjæld,

Til Skue for hele Norden,

En Løvhytte ved hvert Kildevæld,

Og yndigst ved Isefjorden.

Hun med Guldbæger og Læskedrik

Skal være vor Skolefrue,

Sit Spejl da hænger med yndigt Blik

Hun midt i vor Skolestue.

Der ser vi ingen med Pukkelryg,

Med Ris og med lange Negle,

Der ser vi ingen med Pungparyk,

Der slikkes ej Smør af Hegle.

Der ser vi Guder og Helte kun,

I Fløjel og Vadmel sammen,

Og sluge hvert Ord fra Sagas Mund,

For Alvor og dog med Gammen.

Saa, Kristen Jensen! pak du kun ind

Stygotius ogsaa vil skifte,

Og farer saa vel, med første Vind,

Til Kina, lidt Gavn at stifte!

Niðurlag:

Skjøn Havfru hun danser paa Tilje.

Page 33: Formæli tilfar - Snar.fo · 2012-08-27 · Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men ístaðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um

Fyribil

s tilfa

r

© Nám

Kristni 8. flokkur 23. august 2012 læraravegleiðing Side 33

Við “fuglekvidder” verður helst sipað til føroyska málið. Sum Grundtvig málber seg í táttinum, heiðrar hann tí føroyska málinum og mentanini. Hann hevur at dønum fyri at royna at køva málið og mentanina við at skipa skúlaskapin í Føroyum eftir donskum leisti.

Hitt livandi orðið

N.F.S Grundtvig er kendur fyri hugtakið “hitt livandi orðið”. Eitt livandi orð er bindilið millum tað andaliga og tað verðsliga.

Eitt livandi orð lærir og upplýsir. Tað er hentasta amboð í samskiftinum millum lærara og næming og næmingarnar sínámillum.

Grundtvig var giftur tríggjar ferðir og átti 5 børn.

Ein sonur hansara, Svend Grundtvig, var vinmaður Hammershaimbs. Hann stuðlaði og hjálpti Hammershaimb at fáa eitt viðurkent føroyskt skriftmál, og at føroyskt skuldi gerast almenna málið í Føroyum. Hetta hendir í fyrru helvt av 1800-talinum. Í 1888 seta føroyingar sjálvir fram krav um hetta sama.

Svend Grundtvig skrivaði bókina “Dansken paa Færøerne; et Sidestykke til Tysken i Slesvig”, 1845. Hann savnaði, saman við Jørgen Victor Bloch, føroysk kvæði, sum Chr. Matras og N. Djurhuus góvu út við heitinum “Føroya kvæði”. Tey vóru í seks bindum.

Eisini var Svend Grundtvig við til at gera eina orðabók um føroyska málið “Lexicon Færoense” . Bókin er í trimum bindum. Hon finst handskrivað á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn.