johanna jacobsen 100 r - in · hanna jac obsen t rshavn 100 r. jo hanna jacobsen er ¾tt a! av...

1
13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 NAVNAKAPPING UM UNGDÓMSTILBOÐ Á ARGJAHAMRI Mikudagin 16. mai verður Jo- hanna Jacobsen í Tórshavn 100 ár. Johanna Jacobsen er ættað av Sandi. Sum 15 ára gomul fór hon til Havnar at tæna, men tá hon var einans 17 ár vóru boð eftir henni at koma suður til Ørðavíkar at passa systir sína, sum var vorðin sjúk. Seinni fór Jo- hanna at arbeiða hjá arbeið- arafyritøkuni A. T. Í Suðuroy hitti Johanna Dánjal Johann Olsen. Tey fingu 6 børn og búsettu seg á Tvøroyri. Børnini, Jens Åge, sáli, Elisabeth, Martin, Ennibjørg, Evita og Stanley, hava givið Johonnu 23 ommubørn og eina langa røð av lang- og oldurommubørnum, sum eru búsitandi í Føroyum, Dan- mark og Skotlandi. Á Tvøroyri arbeiddi Jo- hanna í fiski, og Dánjal Jo- hann var sjómaður. Í 1971 gjørdist Johanna einkja, 53 ára gomul. Tá í tíðini var lítil stuðul til einkjur, og lítið arbeiði var at fáa á Tvøroyri um tað mundið. Johanna flutti tí til Havnar, har hon eitt nú gjørdi reint á Lands- sjúkrahúsinum og síðani hjá Franciskanarsystrunum og á Einars Prent. Johanna giftist seinni uppaftur við Jens Arna Jac- obsen úr Hvalvík. Tey fingu 17 ár saman, áðrenn hon gjørdist einkja fyri aðru ferð. Johanna Jacobsen er eitt konubrot, sum dámdi at ar- beiða og dugdi væl til hend- urnar. Hon hevur arbeitt hart alt sítt lív - í fiski, við at gera reint og sum heimahjálp. Tá hon hevði frí, plagdi hon at fara til Skotlands at hjálpa dóttrini, sum hevði eina café har. Johanna arbeiddi, til hon var 71 ár. At Johanna var sera væl umtókt sum heimahjálp, kenna vit frá egnum roynd- um, har hon var um mammu okkara í fleiri ár. Johonnu dámdi væl at taka sær av teimum gomlu, sum í gerand- isdegnum høvdu stóra gleði av samveru við eitt fróðar- fólk, sum hon er. Johanna fekk við síni róligu og fyri- komandi medferð tey gomlu at kenna seg vird, trygg og glað. Tað, sum hevur eyðkent Johonnu Jacobsen alt henn- ara lív, er arbeiðsemi, trú- festi til síni næstu og har- til trúfesti í sínum arbeiði. Hartil hevur hon gott minni og dugir sera væl at siga frá, og tað var tí sera áhugavert at arbeiða saman við henni, sum eitt av teimum mongu søgufróðu heimildarfólku- num til bókina um Fylking á Tvøroyri. Johanna dugir sera væl at málbera seg, og tað er ein frægd at lýða á hennara mergjaða Sandsmál. Hesin eginleiki gongur eitt nú fram av parti úr bókini Fylking, har hon lýsir tann tiltikna stríðsmannin Rudolf Nicla- ssen og arbeiðsfólkið í A.T. á Tvøroyri: Tað var Rudolf Niclasen, sum var formaður. Mær dámdi Rudolf so vælsignað gott. Fyri tað allarfyrsta var hann so góður við arbeiðs- fólkið. Hann var so hampi- ligur og munnpenur ímóti arbeiðsfólkinum, og so var hann so góður við børn og so reinligur við fisk – øgiliga reinligur. Tað var ongantíð eitt øvugt orð millum Rud- olf og arbeiðsfólkið – nei, nei Rudolf var eitt vælsignilsi av einum menniskja. Tað var øgiliga góður stemmingur í AT – vit vóru sum vinkonur allar – øll konufólkini og tey mannfólkini, sum arbeiddu í turkarínum eisini, tað var virkuliga stuttligt, teir vóru so kommersutir og lív- ligir. Hóast sín høga aldur fylg- ir Johanna væl við øllum, sum hendir í familjuni so væl sum úti í samfelagnum. Vit eru mong, sum eru takksom fyri at hava lært hesa megn- arkvinnu at kenna og hava havt høvi at hoyra hana greiða frá lívskorum og ar- beiðslívi her á landi fyri mongum árum síðan. Vit ynskja hjartaliga til lukku! Hundrað ár er høgur ald- ur, sum Johanna tignarliga ber við somu styrki, sum hon hevur sýnt í lívsins skiftandi umstøðum. Vegna familjuna hjá Jo- honnu skal verða boðað frá, at tey, ið ynskja at heilsa upp á Johonnu Jacobsen í sambandi við 100 ára dagin, eru vælkomin inn á gólvið á Suðuroyarvegi 13 í Havn, mikudagin tann 16. mai frá klokkan 14 til 19. Jóannes Dalsgaard Johanna Jacobsen 100 ár »Maria« er ein- falda heitið á fløgu, ið nú á fyrsta sinni fæst til keyps í sølu- ðum kring landið Í føroyskum tónleikahøpi er talan um eina søguliga útgávu, sum í roynd og veru dagsins ljós í Norðuramerika. Landið er Kanada, árið er 1973, tá nýliga gifta føroyska havnarkvinnan Maria Anderssen dag Maria Andreassen Hentze) – eisini kend millum manna sum Maria í Ullvøruhúsinum – fer til Kanada at heilsa upp á verfamiljuna fyri fyrstu ferð. – Eg endaði við at syngja á einum møti í býnum Victoria í British Columbia á kanadisku vesturstrondini, har verforeldrini búðu. Ein maður, ið kallaðist Douglas Gill kom aftan á møtið og spurdi, um eg hevði gjørt nógvar plátur. Tá svarið var nei, segði hann, at hetta mátti tað gerast nakað við. Tað vísti seg, at hann hevði sítt egna plátufelag og soleiðis endaði tað við, at eg nakrar fáar dagar seinni sat í einum studio í Kanada við mínum spanska kassaguitara og spældi inn mína fyrstu plátu. Kona Douglas, Margaret Gill spældi somuleiðis orgul og klaver. Og soleiðis gjørdist søguliga føroyska útgávan »Maria« veruleiki. Talan er um kendar enskar sangir so sum Seek And Ye Shall Find og Day By Day, sum eru innspældir live í studio og íklæddir einfaldan búna við kassaguitara og ljósu sopranrøddini hjá Mariu. Tveir føroyskir sangir, »Sanna ungdómsgleðog »Har við tínar hjartadyr«, fingu sum sagt eisini rúmd á útgávuni. Sjálv sigur Maria, at aftan á 45 ár sum LP pláta burturav, er loksins – eftir áheitan frá fleiri – gjørt av, at geva út hesa forkunnugu útgávu sum fløgu. Talan er um tíggju enskar sangir og tveir føroyskar sangir. Plátan varð í fyrstu syftu framleidd í Kanada. – Vit fingu eisini nakrar plátur við til Føroyar, sum blivu seldar hjá Marstein. Í 1973 var ikki so nógv av andaligum LP plátum og nógv vóru glað fyri hana her eisini, minnist Maria A. Hentze, sum í 1973 var 23 ára gomul og heilt frá barnaárum hevði sungið og spælt í samkomuhøpi í Føroyum. Sangur hevur havt serligan týdning í mínum lívi heilt frá barnaárum. Eg komi úr einari familju, har sangur og tónleikur fylti nógv. Omma mín, Johanna Guttesen, sum ði á Tinghúsvegnum í Havn, plagdi at syngja fyri mær, tá eg vitjaði á gátt aftan á skúlatíð. Hon sang sangir, sum vit í dag kalla »Frem fra glemslen«, minnist Maria. Eg sang somuleiðis duett við systkinabarninum Gunrið og eisini í trio høpi, men tá eg fór til Kanada, so mátti tað vera solo við guitarinum, sigur Maria, sum eisini hevur sungið í Ebenezer kórinum í áravís. Fløgan »Maria« fæst til keyps í Elding í Havn og Elding í Klakksvík, Føroya Møblasølu, Logos Bókhandli og somuleiðis Tutl búðini í Havn. Søgulig føroysk LP hjá Mariu frá 1973 nú á fløgu Sum 23 ára gomul gav Maria í Ullvøruhúsinum út hesi LP plátuna í Kanada, sum nú er komin sum fløga Skipað verður fyri navnakapping, nú Tórshavnar kommuna í næstum letur upp nýtt ungdómstilboð á Argjahamri. Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri nevnd. Í nevndini eru umboð fyri nýggja stovnin, forkvinnan í næmingaráðnum í Skúlanum á Argjahamri og leiðarin á Barna- & ungdómsdeildini hjá kommunu. Nevndin tekur síðani støðu til uppskotini, senda inn uppskot er sunnudagin 27. mai 2018.

Upload: others

Post on 11-Nov-2020

5 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Johanna Jacobsen 100 r - in · hanna Jac obsen T rshavn 100 r. Jo hanna Jacobsen er ¾tt a! av Sandi. Sum 15 ra gom ul f r hon til Havnar at t¾na, men t hon var einans 17 r v ru

13Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 SosialurinHugskot og viðmerkingar – send sms til 225000Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55

NAVNAKAPPING UM UNGDÓMSTILBOÐ Á ARGJAHAMRI

Mikudagin 16. mai verður Jo-hanna Jac obsen í Tórshavn 100 ár. Jo hanna Jacobsen er ætt að av Sandi. Sum 15 ára gom ul fór hon til Havnar at tæna, men tá hon var einans 17 ár vóru boð eftir henni at koma suður til Ørðavíkar at passa systir sína, sum var vorð in sjúk. Seinni fór Jo-hanna at arbeiða hjá ar beið-ar a fyr i tøkuni A. T.

Í Suðuroy hitti Johanna Dánj al Johann Olsen. Tey fingu 6 børn og búsettu seg á Tvør oyri.

Børnini, Jens Åge, sáli, Elisa beth, Martin, Ennibjørg, Ev ita og Stanley, hava givið Johonnu 23 ommubørn og eina langa røð av lang- og old ur ommu børn um, sum eru bú sitandi í Føroyum, Dan-mark og Skotlandi.

Á Tvøroyri arbeiddi Jo-hanna í fiski, og Dánjal Jo-hann var sjómaður. Í 1971 gjørd ist Johanna einkja, 53 ára gomul. Tá í tíðini var lítil stuðul til einkjur, og lít ið arbeiði var at fáa á Tvør oyri um tað mundið. Johanna flutti tí til Havnar, har hon eitt nú gjørdi reint á Lands-sjúkr a húsinum og síðani hjá Franc isk an a rsystrunum og á Ein ars Prent.

Johanna giftist seinni upp aftur við Jens Arna Jac-obsen úr Hvalvík. Tey fingu 17 ár saman, áðrenn hon gjørd ist einkja fyri aðru ferð.

Johanna Jacobsen er eitt kon u brot, sum dámdi at ar-beiða og dugdi væl til hend-ur nar. Hon hevur arbeitt hart alt sítt lív - í fiski, við at gera reint og sum heimahjálp. Tá hon hevði frí, plagdi hon at

fara til Skotlands at hjálpa dóttrini, sum hevði eina café har. Johanna arbeiddi, til hon var 71 ár.

At Johanna var sera væl umtókt sum heimahjálp, kenna vit frá egnum roynd-um, har hon var um mammu okk ara í fleiri ár. Johonnu dámdi væl at taka sær av teim um gomlu, sum í ger and-is degnum høvdu stóra gleði

av samveru við eitt fróð ar-fólk, sum hon er. Jo hanna fekk við síni róligu og fyr i-kom andi medferð tey gomlu at kenna seg vird, trygg og glað.

Tað, sum hevur eyðkent Jo honnu Jacobsen alt henn-ara lív, er arbeiðsemi, trú-festi til síni næstu og har-til trúfesti í sínum ar beiði. Hartil hevur hon gott minni

og dugir sera væl at siga frá, og tað var tí sera á hug a vert at arbeiða saman við henni, sum eitt av teim um mongu søgufróðu heim ild ar fólk u-num til bókina um Fylking á Tvør oyri.

Johanna dugir sera væl at mál bera seg, og tað er ein frægd at lýða á hennara mergj aða Sandsmál. Hesin eg in leiki gongur eitt nú fram av parti úr bókini Fylk ing, har hon lýsir tann til tikn a stríðsmannin Rudolf Nicl a-ssen og arbeiðsfólkið í A.T. á Tvøroyri:

Tað var Rudolf Niclasen, sum var formaður. Mær dámdi Rudolf so væl sign að gott. Fyri tað all ar fyrsta var hann so góð ur við ar beiðs-fólk ið. Hann var so hamp i-lig ur og munn pen ur í móti ar beiðs fólk i num, og so var hann so góð ur við børn og so rein ligur við fisk – øg i liga rein ligur. Tað var ongantíð eitt øvugt orð millum Rud-olf og ar beiðs fólkið – nei, nei Rud olf var eitt vælsignilsi av ein um menniskja. Tað var øgiliga góður stemm ing ur í AT – vit vóru sum vin kon ur allar – øll konufólkini og tey mann fólk ini, sum arbeiddu í turk ar í num eisini, tað var

virk u liga stuttligt, tí teir vóru so kommersutir og lív-lig ir.

Hóast sín høga aldur fylg-ir Jo hanna væl við øllum, sum hend ir í familjuni so væl sum úti í samfelagnum. Vit eru mong, sum eru takksom fyri at hava lært hesa megn-ar kvinnu at kenna og hava havt høvi at hoyra hana greiða frá lívskorum og ar-beiðs lívi her á landi fyri mong um árum síðan.

Vit ynskja hjartaliga til lukku!

Hundrað ár er høgur ald-ur, sum Johanna tignarliga ber við somu styrki, sum hon hev ur sýnt í lívsins skiftandi um støð um.

Vegna familjuna hjá Jo-honnu skal verða boðað frá, at tey, ið ynskja at heilsa upp á Johonnu Jacobsen í sam bandi við 100 ára dagin, eru væl komin inn á gólvið á Suð ur oy ar vegi 13 í Havn, mik u dag in tann 16. mai frá klok k an 14 til 19.

Jóannes Dalsgaard

Johanna Jacobsen 100 ár

»Maria« er ein-falda heitið á fløgu, ið nú á fyrsta sinni fæst til keyps í sølu-búð um kring landið

Í føroyskum tónleikahøpi er talan um eina søguliga útgávu, sum í roynd og veru sá dagsins ljós í Norðuramerika.

Landið er Kanada, árið er 1973, tá nýliga gifta føroyska havnarkvinnan Maria Anderssen (í dag Maria Andreassen Hentze) – eisini kend millum manna sum Maria í Ullvøruhúsinum – fer til Kanada at heilsa upp á verfamiljuna fyri fyrstu ferð.

– Eg endaði við at syngja á einum møti í býnum

Victoria í British Columbia á kanadisku vesturstrondini, har verforeldrini búðu. Ein maður, ið kallaðist Douglas Gill kom aftan á møtið og spurdi, um eg hevði gjørt nógvar plátur. Tá svarið var nei, segði hann, at hetta mátti tað gerast nakað við. Tað

vísti seg, at hann hevði sítt egna plátufelag og soleiðis endaði tað við, at eg nakrar fáar dagar seinni sat í einum studio í Kanada við mínum spanska kassaguitara og spældi inn mína fyrstu plátu. Kona Douglas, Margaret Gill spældi somuleiðis orgul og

klaver. Og soleiðis gjørdist søguliga føroyska útgávan »Maria« veruleiki. Talan er um kendar enskar sangir so sum Seek And Ye Shall Find og Day By Day, sum eru innspældir live í studio og íklæddir einfaldan búna við kassaguitara og ljósu sopranrøddini hjá Mariu. Tveir føroyskir sangir,

»Sanna ungdómsgleði« og »Har við tínar hjartadyr«, fingu sum sagt eisini rúmd á útgávuni.

Sjálv sigur Maria, at aftan á 45 ár sum LP pláta burturav, er loksins – eftir áheitan frá fleiri – gjørt av, at geva út hesa forkunnugu útgávu sum fløgu. Talan er um tíggju enskar sangir og tveir føroyskar sangir. Plátan varð í fyrstu syftu framleidd í Kanada.

– Vit fingu eisini nakrar plátur við til Føroyar, sum blivu seldar hjá Marstein. Í 1973 var ikki so nógv av andaligum LP plátum og nógv vóru glað fyri hana her eisini, minnist Maria A. Hentze, sum í 1973 var 23 ára gomul og heilt frá barnaárum hevði sungið og spælt í samkomuhøpi í Føroyum.

– Sangur hevur havt

serligan týdning í mínum lívi heilt frá barnaárum. Eg komi úr einari familju, har sangur og tónleikur fylti nógv. Omma mín, Johanna Guttesen, sum búði á Tinghúsvegnum í Havn, plagdi at syngja fyri mær, tá eg vitjaði á gátt aftan á skúlatíð. Hon sang sangir, sum vit í dag kalla »Frem fra glemslen«, minnist Maria.

– Eg sang somuleiðis duett við systkinabarninum Gunrið og eisini í trio høpi, men tá eg fór til Kanada, so mátti tað vera solo við guitarinum, sigur Maria, sum eisini hevur sungið í Ebenezer kórinum í áravís.

Fløgan »Maria« fæst til keyps í Elding í Havn og Elding í Klakksvík, Føroya Møblasølu, Logos Bókhandli og somuleiðis Tutl búðini í Havn.

Søgulig føroysk LP hjá Mariu frá 1973 nú á fløgu

Sum 23 ára gomul gav Maria í Ullvøruhúsinum út hesi LP plátuna í Kanada, sum nú er komin sum fløga

Skipað verður fyri navnakapping, nú Tórshavnar kommuna í næstum letur upp nýtt ungdómstilboð á Argjahamri. Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri nevnd. Í nevndini eru umboð fyri nýggja stovnin, forkvinnan í næmingaráðnum í Skúlanum á Argjahamri og leiðarin á Barna- & ungdómsdeildini hjá kommunu. Nevndin tekur síðani støðu til uppskotini,

senda inn uppskot er sunnudagin 27. mai 2018.