leiðbeining um hjálp og stuðul til foreldur at barni við breki

17
LEIÐBEINING UM HJÁLP OG STUÐUL Til foreldur at barni v ið breki

Upload: mbf-meginfelag-teirra-brekadu-i-foroyum

Post on 02-Apr-2016

226 views

Category:

Documents


2 download

DESCRIPTION

 

TRANSCRIPT

L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L

Til foreldur at barni við breki

1T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

I N N I H A L D S Y V I R L I T

Fororð ........................................................................................2Hvør kann hjálpa? .................................................................3

Hjálp eftir aldri á barninum ................................................5 - Fyri barnsburð

- Smábarnið

Ansingartilboð

- Fyri skúlaaldur

Skiftið frá barnagarði til skúla

- Skúlabarnið

- At gerast vaksin

Útbúgving

Arbeiði

Bústaður

Hjálp og stuðul til familjurnar ...........................................13 - Umlætting

Skipað umlætting á frítíðarheimum

Umlætting frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn

- Mist arbeiðsinntøka

- Meirútreiðslur

Stuðul til bil

Bústaðarbroytingar

Sjúkraútreiðslur

Sálarfrøðilig hjálp

Ferðaútreiðslur við sjúku

Frítíðarferðir

Onnur tilboð til barnið .........................................................16 - Hjálpartól

- Fysioterapi, ergoterapi og ríðing

- Frítíð og ansing

- Tulkatænastan

Mentan og frítíð .....................................................................18 - Serlig tilboð

Málsviðgerð .............................................................................19Kærureglur ...............................................................................20Viðkomandi lóggáva ............................................................22Foreldra-, sjúku- og brekfeløg ...........................................24

2 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 3T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Tá ið tit gerast foreldur at einum barni við breki, fáa tit óivað brúk fyri dyggari ráðgeving. Tað veri seg um sjálvt brekið, um loysn av verkligum trupulleikum, um framtíðarútlit og umlætting.

Tað fi nnast fl eiri ymiskar skipanir til at hjálpa í slíkum føri, og tær eru at fi nna bæði í heilsuverkinum, skúlaverkinum og almannaverkinum, bæði hjá lands-myndugleikum og kommunum. Tað er sera umráðandi, at tit fáa samband við ein ráðgeva, sum kann hjálpa tykkum at fi nna teir møguleikarnar fyri hjálp og stuðli, sum tykkum tørvar.

Fyri at skapa samband ímillum almennu skipanirnar og tykkum, sum hava tørv á hjálp og tænastum, er lógarfest, at læknar, heilsufrøðingar og onnur í al-mennum starvi, sum verða varug við at barn tykkara ber brek, skulu boða Almannastovuni frá hesum. Tá ið Almannastovan fær hesa fráboðan, setir ein ráðgevi seg í samband við tykkum við tilboði um ráðgeving. Ofta fær Sernáms-depilin eisini hesa fráboðan um barn tykkara. Annars eru fl eiri stovnar, sum tit kunnu venda tykkum til og fáa neyðugu ráðgevingina frá:

• Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum• Barnatænastan hjá Nærverkinum• Sernámsdepilin og NSR tænastan í skúlaverkinum• Økisdeildirnar og brekdeildin á Almannastovuni• Sosialu deildirnar hjá kommununum.

Fjølbrekað børn og onnur, sum ofta gerast álvarsliga sjúk, hava ein opnan inn-leggingarseðil til Barnadeildina. Gerst støðan hættislig, kunnu tit altíð venda tykkum hagar. Er barnið sálarliga sjúkt, veitir Psykiatriski depilin á Lansjúkra-húsinum tykkum ráðgeving.

At verða foreldur at einum barni, ið ber brek, er fyri tey fl estu ein púra óvæntað støða at koma í. Nógv kenna seg ørkymlað av at skula rúma kensluna av gleði

Hvør kann hjálpa?

Tá ið foreldur fáa eitt barn við breki ella sjúku, eru nógvir spurningar, sum stinga seg upp, m.a. um hvaðani hjálp fæst, og hvørji rættindi ein hevur. Nógv-ar ymiskar skipanir kunnu tí tykjast ørkymlandi at fáa greiði á ella at fi nna.

Endamálið við hesum bóklingi er at fáa eitt samlað yvirlit yvir, hvat er galdandi á økinum, hvørjar skipanir eru í Føroyum, og hvar foreldur skulu venda sær fyri at fáa røttu hjálpina.

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) gav í 1985 út faldaran Til heim við brekaðum barni. Hesin faldarin er í dag ikki tíðarhóskandi, nógv er hent á øki-num síðan tá, og hildu vit, at tíðin var komin at gera ein nýggjan bókling.

Hesin bóklingurin fevnir um barnið, frá tí tað verður føtt, til tað er 18 ár. Vit vilja vísa foreldrum á, hvørji tilboð eru til familjuna, og hvørji tilboð eru til barnið. Eisini viðger bóklingurin møguleikan fyri fíggjarligum stuðli, mentan og frítíð, somuleiðis sum hann vísir til ymsu feløgini í MBF, sum kunnu vera foreldrum til hjálpar.

MBF vónar, at familjan við hesum bóklinginum hevur fi ngið ein góðan og tryggan leiðvísara, sum kann lætta um í leitingini eftir røttu hjálpini. Bókling-urin verður knýttur at heimasíðuni hjá MBF, so hann alla tíðina kann verða dagførdur við upplýsingum um, hvat er galdandi fyri henda bólkin av børnum og ungum.

Vit takka Eyðvør Mortensen, Doris Hansen, Oyvindi av Skarði og Leu Wolles fyri teirra stóra arbeiði at evna henda bókling. Vit takka somuleiðis fyri fíggjarligan stuðul frá fl øguútgávuni Vælskapt brek, Skjótahjálpini og Happadráttargunni-num.

Altjóða dagur teirra brekaðu 3. december 2006

Leila Solmunde, formaður

Fororð

4 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 5T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Eitt brekað barn krevur stuðul frá nógvum ymiskum serkønum fólkum, um-sitingum, stovnum, deildum og sektorum, og støðan hjá tí einstaka barninum kann gerast sera fl økt.

Tað kann gera yvirlitið hjá tykkum foreldrum og fakfólki størri, um øll viðkom-andi luttaka á regluligum fundum. Hesi kunnu t.d. vera foreldur, ráðgevin á Almannastovuni, sum samskipar hetta samstarvið, heilsufrøðingurin, fólk frá NSR tænastuni og frá Hjápartólamiðstøðini.

Til tess at tryggja at tiltøkini, sum ymsu partarnir seta í verk, hanga saman, er umráðandi at gera eina virkisætlan fyri barnið, sum verður dagførd, so hvørt støðan broytist og í minsta lagi 2 ferðir um árið.

Tá ið barnið fl ytir úr einum stovni í annan – t.d. tá ið barnið skal úr dagstovni og í skúla – er tað ráðgevin hjá barninum, ið samskipar og leggur skiftið til rættis. Hetta verður gjørt í samráð við tykkum foreldur. Tað er sera umráðandi, at tit eru við til at leggja ætlanirnar, umframt at tit siga teimum, sum annars eru um barnið, tykkara vitan um barnið og gerandisdagin hjá barninum.

Fyri barnsburðVísir ein kanning, at barn tykkara fer at hava eitt brek ella fer at fáa eina varandi sjúku, koma tit foreldur í eina trupla støðu. Støðan er óvæntað, og ofta er talan um brek ella sjúku, sum tit vita lítið ella onki um.

Tit fáa ráðgeving frá lækna og jarðarmóður, har mamman gongur til kanningar og skal føða. Ráðgevingin fevnir um ta vitan, ið fi nnst um brekið ella sjúkuna, sum er staðfest hjá tykkara barni, og um hvørjir viðgerðarmøguleikar eru. Eisini verður sagt frá, hvønn týdning brekið ella sjúkan kann fara at fáa fyri barnið og fyri tykkum sum familju sum heild. Tit eiga eisini at fáa at vita, hvørjir møgu-leikar eru at søkja meiri vitan um brekið, og um hvørjir møguleikar eru at fáa stuðul frá tí almenna.

og sorg í senn. Í hesi støðuni kann tað vera góð hjálp at tosa við onnur, ið hava verið í somu støðu. Fleiri foreldra- og brekfeløg hava foreldrabólkar og ráðgev-ingar. Aftast í bóklinginum er eitt yvirlit yvir feløgini, sum eru limir í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

Hjálp eft ir aldri á barninum

6 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 7T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

um, hvør júst tykkara tørvur er.

AnsingartilboðTá ið tit fáa tørv á einum ansingartilboði til barn tykkara, skulu tit venda tykkum til kommununa, har tit búgva. Tað er kommunan, sum smb. Dag-stovnalógini skal útvega ansingartilboð.

Fyrst verður roynt at fáa barnið í eitt av teimum vanligu dagtilboðunum s.s. dagrøkt, vøggustovu ella barnagarð. Kommunan skal syrgja fyri, at neyðugur stuðul er tøkur sum t.d. stuðulspedagogur, hjálpimiðlar og serstøk leika.

Hevur barn tykkara brúk fyri stuðli og viðgerð av serstøkum slagi, kunnu tað vera fl eiri møguleikar. Tað kunnu vera bólkar til børn við serligum tørvi í van-ligum kommunalum tilboði, ella serstovur í barnagørðum aðrastaðni í landi-num. Starvsfólkið á hesum støðum vil aloftast hava ymiskar útbúgvingar sum t.d. pedagogur, ergoterapeutur, fysioterapeutur og talupedagogur.

Metir kommunan ikki, at tað er møguligt at skipa eitt nøktandi ansingartilboð til barnið, sendir hon eina áheitan til Stuðulsfólkaskipanina fyri børn á Al-mannastovuni, sum so skal skipa fyri einum ansingartilboði.

Er brekið ella sjúkan hjá barni tykkara so víðfevnt, at mett verður, at besta loysnin er, at barnið verður ansað heima, kunnu tit fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, so tit kunnu ansa barninum.

Tað er ráðgevi tykkara, sum – saman við tykkum og øðrum viðkomandi fakfólk-um – skal fi nna tað bestu loysnina til barn tykkara.

Er vandi fyri lívinum hjá barninum, ella verður neyðugt at skurðviðgera barnið beint eftir føðing, verða tit send niður á Ríkissjúkrahúsið. Koma tit í ta støðuna, veita læknar og onnur serkøn tykkum hjálp og ráðgeving á Ríkissjúkrahúsinum.

Er talan um álvarsligt brek, kunnu tit koma í ta støðu at skula velja, um gravidi-teturin skal halda fram. Tá er sera umráðandi at hava eitt haldgott grundarlag at taka støðu út frá. Kvinnulæknarnir á Skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum vilja hjálpa tykkum at skapa hetta grundarlagið fyri støðutakanini. Foreldur ella onnur í viðkomandi limafeløgum kunnu eisini hjálpa til við at siga tykkum, hvussu tað er at liva við brekinum ella sjúkuni.

Smábarnið Aftan á føðingina fáa tit – eins og allar aðrar familjur – bjóða vitjan av heilsu-frøðingi. Tit kunnu tosa við hann um alt viðvíkjandi barninum: at geva bróst, røkt og føðslu, mennning, stimbran, heilsu og sjúku. Tit kunnu eisini tosa við heilsufrøðingin um alt, sum hevur við heilsuna og trivnaðin hjá familjuni at gera, t.d. trupulleikar í gerandisdegnum, leiklutirnar sum foreldur, ábyrgd, sorg og kreppu. Talið av vitjanum er tengt at tykkara tørvi. Vitjanirnar kunnu halda fram, til barnið kemur í skúlaaldur.

Er barnið føtt við breki, skal Almannastovan ráðgeva um møguleikar fyri hjálp og stuðli. Er tørvur á tí, skal ráðgevin eisini seta seg í samband við onnur við-komandi fakfólk, sum kunnu veita tykkum ráðgeving og vegleiðing, tað kundi t.d. verið ein smábarnaráðgevi frá Sernámsdeplinum ella NSR tænastuni.

Tað er umráðandi fyri menningina hjá barni tykkara, at tíðliga verður sett inn við hjálpini. Tað merkir sum oftast, at t.d. Sernámsdepilin ella NSR-tænastan í økinum verða tikin við. Í samstarvi við tykkum fara fakfólkini at meta um og greiða frá tørvinum hjá barninum og seta í gongd tann neyðuga stuðulin og viðgerðina, sum skal til. Tað er tykkara ráðgevi á Almannastovuni, sum ítøkiligt metir um og játtar stuðul sambært almannalóggávuni við støði í frágreiðingum

8 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 9T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

skulu somuleiðis ráðgeva um, hvørji tilboð eru hóskandi fyri barnið. Hetta eigur altíð at verða gjørt í samstarvi við tykkum foreldur, sum eiga at verða væl kunnað um, hvørjir møguleikar eru, áðrenn avgerðin verður tikin. Tykkara ynski eiga at síggjast týðiliga aftur í tilmælinum til skúlamyndugleikan. Skúlastjórin hevur ábyrgd av undirvísingini á tí einstaka fólkaskúlanum, og hann skal meta um, hvør fl okkur hóskar best til tørvin hjá tykkara barni.

SkúlabarniðSamstarvið millum heim og skúla hevur stóran týdning fyri menningina hjá tykkara barni. Tað hevur stóran týdning fyri at fáa fram tað tilfeingið og teir møguleikar, ið barnið hevur í sær. Børn við breki eru sera ymisk, men felags fyri tey øll er, at eingin kennir tey so væl sum foreldrini, og tí eru tað tit, ið skulu vera við til at taka avgerðir um skúlagongdina hjá barni tykkara.

Børn við breki eru fevnd av Fólkaskúlalógini og hava sum øll onnur børn undirvísingarskyldu. Sambært Fólkaskúlalógini hevur næmingur, ið ikki kann fylgja við fl okkinum, rætt til sernámsfrøðiligan stuðul. Og foreldrini og lærarar hava rætt til sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Fyri næmingin við breki eiga umstøðurnar á skúlanum at verða lagaðar til tørvin. Her verður bæði hugsað um sjálva undirvísingina, og at hóskandi borð og stólur, telda og onnur hjálpartól eru tøk, er tørvur á tí. Sjálvur skúlin og umhvørvið uttanum eiga at verða gjørd atkomulig. Arbeiðið við at gera skúlan kláran at taka móti barninum við breki eigur at fara í gongd í góðari tíð, og í minsta lagi eitt ár áðrenn næmingurin skal byrja. Tað er kommunan, ið varðar av skúlabygninginum og undirvísingartilfarinum, ið skal syrgja fyri hesum. Hevur barn tykkara brúk fyri fl utningini til og frá skúla, skal kommunan syrgja fyri hesum.

Sernámsdepilin ella NSR tænastan skulu saman við skúlanum virka við til, at allir næmingar við breki fáa eitt so gott og nøktandi tilboð sum gjørligt saman

Fyri skúlaaldur Tá ið barn tykkara skal byrja í barna-

garði, er tað umráðandi, at tað í góð-ari tíð verður tikin støða til, hvussu tørvurin hjá barninum best verður

nøktaður. Tað skal takast støða til, um barnið skal í barnagarð í kommununi,

ella um tørvur er á einum sertilboði aðrastaðni í landinum. Her er umráð-

andi, at tit sum foreldur eru við í at lýsa barnið og tørvin hjá tí.

Gongur barn tykkara í kommunalari dag-røkt ella í vøggustovu, er møguleiki fyri, at tað

kann halda áfram í kommunalum barnagarði. Tilboð og møguleikar eru eitt sindur ymisk frá kommunu til kommunu. Nakrar kommunur hava barnagarðar við sokallaðum serstovum – antin í einum barnagarði ella í tilknýti til hann.

Skiftið frá barnagarði til skúlaTað er ein fyrimunur at byrja í góðari tíð við at leggja ætlanir fyri skúlabyrjan-ina, helst 1-2 ár frammanundan. Tað er eitt gott hugskot at seta navn á tann, ið átekur sær at samskipa skiftið millum barnagarð og skúla. Vanliga er hetta ráðgevin á Almannastovuni ella eitt starvsfólk frá Sernámsdeplinum ella NSR tænastuni. Hesi kunnu ráðgeva um val av skúla og skúlabyrjan. Tey kenna til tey ymisku skúlatilboðini í kommununi og aðrastaðni í landinum.

Umráðandi er, at byrjað verður í góðari tíð at fyrireika skúlabyrjanina – helst eini tvey ár, áðrenn barnið fer í skúla.

Sernámsdepilin ella NSR tænastan kenna sum oftast barnið frá dagstovninum og kunnu hjálpa til við at seta út í kortið, hvørja hjálp barnið hevur tørv á. Tey

10 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 11T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Hetta fær serliga avleiðingar fyri, hvussu tann fíggjarligi stuðulin til familjuna verður veittur. Stórur munur er á lógarheimildunum at veita stuðul til familjur við barni við breki, og til at veita stuðul til vaksin fólk við breki. Uppihalds-skyldan hjá foreldrum heldur uppat, tá ið barnið fyllir 18 ár, og er ikki longur heimild at veita endurgjald til foreldrini fyri meirútreiðslur og inntøkumiss, men verða allar umsóknir viðgjørdur útfrá rættindum og skyldum hjá einum sjálvstøðugum persóni.

Er arbeiðsførleikin skerdur við meiri enn einari helvt, og persónurin ikki kann uppihalda sær við arbeiðsinntøku, kann hann søkja um fyritíðarpensjón. Tit kunnu venda tykkum til økisdeildina hjá Almannastovuna í økinum, tit búgvaí, og fáa ráðgeving um rættindini hjá tí vaksna persóninum við breki.

ÚtbúgvingØll ung eiga at fáa eitt undirvísingartilboð eftir loknan fólkaskúla, antin eina miðnámsútbúgving ella eitt eftirskúla-, háskúla- ella samsvarandi tilboð. Aðrir møguleikar kunnu vera serlig skúlatilboð, har tey ungu læra at fl yta heiman, ella ALV-skúlin við Áir. Við hvørt kann talan verða um, at tey ungu søkja sær út um landoddarnar fyri at fáa eitt undirvísingar- ella skúlatilboð saman við javn-líkum. Krevur brekið hjá tí unga, at hann tekur lut í einum serligum skúlatilboði, ella at hann fær serligan stuðul til luttøku í vanligum skúlatilboði, er møguleiki at søkja stuðul til hetta eftir lóggávuni um miðnámsútbúgvingar og eftir For-sorgarlógini.

ArbeiðiTað er sera umráðandi, at fólk við skerdum arbeiðsførleika fáa eitt arbeiði, ið hóskar til teirra førleika. Eitt serligt skúlatilboð eftir fólkaskúlan kann vera ein góður máti at fi nna útav, um talan skal verða um eitt vart starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum ella eitt arbeiði á einum vardum verkstaði.

Almannastovan vegleiðir um og veitir stuðul til vard størv, meðan Nærverkið,

við javngomlum børnum í nærumhvørvinum. Hetta merkir, at børnini skulu hava eitt undirvísingartilboð, antin sum vanlig undirvísing, tillagað undirvísing – møguliga við stuðli í fl okkinum – ella serundirvísing uttanfyri fl okkin í smáum bólkum ella í serfl okkum, ið fl eiri kommunur hava sett á stovn í ávísum skúlum. Mælt kann verða til at útseta skúlabyrjanina í eitt ár, er tørvur á tí. Í einstøkum føri kann verða mett, at besta loysnin er, at næmingurin fær alla undirvísing-ina í Skúlanum á Trøðni í Tórshavn. Henda avgerð skal eftirmetast á hvørjum ári. Hjá næmingi av bygd, ið ikki kann búgva heima, ber til at søkja um pláss á næmingaheimi skúlans, ið hevur rúm fyri 10-12 næmingum.

Tá ið liðugt er at fyrireika skúlabyrjanina, eigur rætta frítíðartilboðið at fi nnast. Sum útgangsstøði eigur barnið við breki at vera saman við fl oksfeløgunum í tí kommunala frítíðarskúlanum, men í summum førum er neyðugt, at næming-urin fær eitt serligt tilboð frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn, ið Almanna-stovan hevur sett á stovn kring landið.

At gerast vaksinÍ góðari tíð, áðrenn seinasta skúlaár í fólkaskúlanum er liðugt, eiga tit sum for-eldur at tosa um og fyrireika framtíðina saman við barni tykkara. Tit mugu fi nna útav, hvørjar framtíðarvónirnar hjá barni tykkara eru, og hvørjir møguleikarnireru. Sum hjá øllum ungum skulu ætlanir leggjast um útbúgving, arbeiði, bústað og frítíð.

Kanska hevur brekið tað við sær, at hóast barnið er vorðið 18 ár, og sostatt er ein vaksin persónur, so er ongin broyting í atburði og førleika. Tað kann vera ein trupul støða hjá foreldrunum, tí hóast tann vaksni enn krevur nógvan stuðul fyri at klára seg, so er hann smb. lóggávuni ein myndugur persónur.

12 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 13T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

UmlættingNógv foreldur at børnum, ið bera brek, hava tørv á umlætting í gerandisdeg-num. Umlættingin kann geva tykkum tíð til tykkum sjálv og til systkin at barni-num, ið ber brek. Almannaverkið hevur fl eiri ymisk umlættingartilboð at bjóða t.d.:

Skipað umlætting á frítíðarheimum Søkt verður beinleiðis til frítíðarheimini hjá Trivnaðartænastuni. Ráðgevi tykk-ara á Almannastovuni kann hjálpa tykkum at søkja. Umlætting á frítíðarheim-unum kann t.d. vera eitt ella fl eiri vikuskifti um mánaðin og í skúlafrítíðunum.

Umlætting frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børnHava frítíðarheimini ikki pláss at nøkta allan umlættingartørvin, ella hevur barnið betri av einum øðrum umlættingartilboði, ber til at søkja um umlætting frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Almannastovuni. Tá fer barnið til umlætt-ing hjá einari familju. Arbeitt verður í løtuni við at bjóða umlætting í stuðuls-stovum hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn. Umlætting frá Stuðulsfólkaskipan-ini fyri børn er eftir tørvi, ofta eitt ella tvey vikuskifti um mánaðin, og í summ-um førum longri tíðarskeið. Umlætting kann tó eisini bara verða nakrar fáar tímar um vikuna, ella tá okkurt serligt er á vási, t.d. ein veitsla.

Mist arbeiðsinntøkaEr tað neyðugt hjá tykkum at fara úr arbeiðnum fyri at vera hjá barninum, ið ber brek, kunnu tit fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Endurgjaldið kann vera fyri eitt ávíst tíðarskeið, um tit skulu t.d. uttanlands til viðgerð við barni-num. Endurgjald kann eisini verða veitt fyri nakrar tímar um vikuna ella fulla tíð í fl eiri ár, er tørvur á hesum.

Tit skulu venda tykkum til ráðgeva tykkara á Almannastovuni at fáa ráð og veg-

leiðing um at fara heim úr arbeiðnum, og um at søkja um mista arbeiðsinntøku. Tað er umráðandi, at tit søkja, áðrenn tit broyta tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

Alv og Føroya Blindastovnur hava vard verk-støð.

BústaðurØll børn fl yta heimanifrá fyrr ella seinni. Tá av-gerð skal takast um, hvør framtíðarbústaðurin hjá barni tykkara skal verða, kunnu tit kunna tykkum um ymisku bústaðartilboðini hjá Trivnaðartænastuni hjá Nærverkinum.

Trivnaðartænastan hevur í løtuni• 14 sambýli, sum eru ætlað til persónar, ið hava ein serligan tørv í so stóran mun, at teir hava brúk fyri starvsfólki at stuðla og hjálpa sær í dagligu tilveruni.

• 6 bústovnar, sum eru ætlaðir til persónar, ið hava víðfevnt sálarligt ella likamligt brek.

Harumframt rekur Stuðulstænastan hjá Nær-verkinum 3 sambýli, 1 bústovn og 2 vistar-heim, sum eru ætlað til fólk við avmarkaðum sálarligum førleika. Stuðulstænastan veitir eisini fólki stuðul, sum búgva í egnum bústaði og hava tørv á hjálp til at greiða gerandis-dagin, tí tey hava likams- ella sinnisbrek.

Er tørvur á slíkum stuðli, skulu tit vendatykkum til eina av økisdeildunum hjá Almannastovuni, sum sendir umsókn við tilmæli til Stuðulstænastuna.

Hjálp og stuðul til familjurnar

14 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 15T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Ferðaútreiðslur við sjúkuStuðul kann veitast frá Almannastovuni til ferðaútreiðslur í samband við sjúkra-viðgerð ella eftirlit, tá ið útreiðslurnar ikki verða goldnar av sjúkrakassanum ella heilsuverkinum. Tit kunnu eisini fáa ferðaútreiðslur endurgoldnar, tá tit fara at vitja barnið, tá tað er í viðgerð.

FrítíðarferðirHava tit meirútreiðslur av brekinum hjá barninum, tá ið tit skulu ferðast, kunnu hesar eisini veitast eftir Forsorgarlógini. Tað kann eitt nú vera útreiðslur til ferðaseðlar og uppihald hjá einum stuðulsfólki, um neyðugt er at hava fylgjara við á ferðini.

MeirútreiðslurTit kunnu fáa stuðul til allar meirútreiðslur, sum standast beinleiðis av breki-num hjá barninum. Tit skulu sjálvi gjalda fyri allar vanligar útreiðslur eins og aðrar familjur, men útreiðslur til t.d. serligan mat, serlig klæði og skógvar, eyka vask og klædnaslit, serligar leikur, eyka fl utningsútreiðslur og viðkomandi skeið til foreldur og systkin, kunnu játtast á Almannastovuni eftir Forsorgarlógini. Stuðulin er ikki tengdur at inntøku tykkara.

Niðanfyri nevna vit nøkur dømi um meirútreiðslur, sum kunnu endurrindast:

Stuðul til bilHava tit tørv á serligum bili, ber til at søkja Hjálpartólamiðstøðina um stuðul at keypa avlamisbil. Hava tit serliga stórar rakstrarútreiðslur av bilinum, orsaka av brekinum hjá barninum, kunnu tit fáa meirútreiðslurnar endurgoldnar av Almannastovuni.

BústaðarbroytingarTá ið ein familja fær eitt barn, ið ber brek, kann vera neyðugt at gera bústaðar-broytingar. Hjálpartólamiðstøðin fær hjálpt tykkum við at lýsa, hvørjar ábøtur eru neyðugar, og skipar eisini fyri, at tær verða gjørdar. Neyðugt er, at tit venda tykkum beinleiðis til Hjálpartólamiðstøðina, áðrenn tit sjálvi broyta nakað.

Sjúkraútreiðslur Stuðul kann vera veittur til ávísar sjúkraviðgerðir, verða tær ikki goldnar eftir aðrari lóggávu, eru tær neyðugar og heilsuliga væl grundaðar, og hevur lækni ella annar fakpersónur tilmælt viðgerðirnar.

Sálarfrøðilig hjálpTað kann vera eitt stórt sálarligt trýst hjá familjuni at eiga eitt barn, ið ber brek. Tørvar tykkum sálarfrøðiliga kreppuhjálp, ber til at søkja sjúkrakassan og Al-mannastovuna um stuðul til viðtalur hjá sjálvstøðugt virkandi sálarfrøðingi.

16 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 17T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

við øðrum børnum. Børn, ið bera brek, kunnu eisini fáa stuðulsfólk at fylgja sær til vanlig frítíðaritriv og samveru við onnur børn. Frítíðar- og ansing-artilboðini vera samskipað við onnur stuðuls-tiltøk í familjuni, so sum umlætting í heimi-num ella at fylgja barninum til viðgerðir.

TulkatænastanTørvar tykkum teknmálstulk, er tekn-málstulkatænastan fús at hjálpa. Kann Tulkatænastan ikki veita neyðugan stuðul, kann Almannastovan játta stuðul sum endurgjald fyri meir-útreiðslu.

Tørvar barni tykkara sálarfrøðiliga hjálp í samband við skúla ella barnagarð, kunnu tit venda tykkum til Sernámsdepilin ella NSR tænastuna.

HjálpartólTørvar barni tykkara hjálpartól í samband við sjúkraviðgerð, so lænir sjúkra-húsið tykkum hjálpartólini við heim.

Tá ið støðan hjá barninum er komin í fasta legu, er tað Hjálpartólamiðstøðin, sum ráðgevur um og játtar hjálpartól í heiminum. Tørvar barninum persónlig hjálpartól á ansingarstaðnum, í skúlanum, ella í frítíðini, er tað eisini økið hjá Hjálpartólamiðstøðini. Talan kann t.d. vera um koyristólar, serligar sengur, liggilegur, hoyritól, KT-samskiftistól o.s.fr.

Í kommunalum dagstovnum og skúlum skal kommunan syrgja fyri, at fysisku karmarnir eru nøktandi. Á øðrum stovnum og stuðulsstovum hava hesi sjálvi ábyrgdina av at tryggja nøktandi karmar.

Fysioterapi, ergoterapi og ríðingNógv børn, ið bera brek, hava gagn av fysio- og ergoterapeutiskari viðgerð, og eisini av at ganga til ríðing fyri brekað. Eru tiltøkini heilsuliga væl grundað, og lækni tykkara metir, at hesar viðgerðir eru neyðugar, verða tær játtaðar av Almannastovuni.

Frítíð og ansingTey børn, ið hava ein slíkan serligan tørv, at tey kunnu ikki vera á einum van-ligum kommunalum dagstovni ella frítíðarskúla, kunnu fáa tilboð frá Stuðuls-fólkaskipanini fyri børn.

Eisini tey børn, sum eru eldri enn kommunalu tilboðini fevna um, men sum framhaldandi tørva serlig tilboð kunnu fáa stuðul haðani. Tilboðini vera lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum, sum so vítt gjørligt fær tilboð saman

Onnur tilboð til barnið

18 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 19T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Ráðgevi tykkara á Almannastovuni viðger allar tykkara umsóknir um stuðul av ymsum slag. Hann er sostatt miðdepilin í tykkara samstarvi við tær almennu stuðulsskipanirnar. Tað er sera umráðandi, at tit og ráðgevin gera greitt fyri hvørjum øðrum, hvørjir møguleikarnir eru, og hvat tit vænta av samstarvinum. Tit kunnu

• lýsa tað, tit vænta av samstarvinum• lýsa tykkara barn gjølla• lýsa heildarstøðuna hjá familjuni gjølla

Ráðgevin skal greiða tykkum frá

• hvørja hjálp og hvønn stuðul tit kunnu fáa• lógargrundarlagnum• hvussu skipanin er bygd upp• hvussu málsviðgerðin fer fram

Fyri at kunna veita neyðuga stuðulin er tað umráðandi, at ráðgevin hevur ná-greiniligt innlit í støðuna hjá tykkum sum familja. Hjálpartiltøkini verða løgd til rættis samsvarandi einari ítøkiligari meting av júst tykkara serliga tørvi. Hin-vegin skulu tit hava møguleika at luttaka í viðgerðini, hava kunnleika um allar neyðugar hjálparmøguleikar og kunnleika um allar upplýsingar, sum umsiting-in hevur um tykkum. Tit skulu hava grundgevingar fyri øllum avgerðum, sum verða tiknar, og tit kunnu kæra, verður ein umsókn sýtt.

Tit hava somuleiðis rætt til at hava ein hjásita á fundi við myndugleikarnar. Tað kann t.d. vera onkur í familjuni, eitt vinfólk ella onkur annar, sum tit meta kann stuðla tykkum.

Tað hevur stóran týdning fyri øll børn at vera partur av einum felagsskapi, tað veri seg í barnagarði, skúla, frítíðarskúla ella í øðrum samanhangi. Eitt aktivt frítíðarlív er eisini við til at styrkja sosiala lívið og sambandið við umverðina hjá barninum við breki.

Flestu kommunur hava frítíðarskúlar til næmingar úr 1. fl . í 3 fl . Í nógvum kommunum skipa felagskapir, samkomur og ítróttarfeløg eisini fyri tiltøkum fyri børn og ung í frítíðini.

Serlig tilboðSummi børn, ið bera brek, fáa tikið lut í vanligum frítíðartilboðum og ítrótti, verða tey fylgd til og frá tilboðnum og hava tey stuðul til at taka lut í tiltøku-num. Tit kunnu tosa við ráðgeva tykkara og við Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, um tit halda, at barn tykkara kann fáa gleði av einum slíkum tilboði.

Fíggjarligur stuðul kann vera latin til, at barn tykkara kann ganga til ríðing sum ítriv, um tað er somikið skert av sínum breki, at tað ikki fær tikið lut í øðrum ítrivi. Umsókn um hetta verður viðgjørd av Almannastovuni.

Ítróttarsamband fyri brekað (ÍSB) skipar fyri ymsum ítróttartilboðum, bæði fyri børn og vaksin. Tit foreldur eiga at kanna, um møguleikar eru fyri, at tykkara barn kann íðka ítrótt saman við javnlíkum í tí økinum, har tit búgva.

Kvøld- og ungdómsskúlin hevur somuleiðis tilboð til fólk við breki í øllum aldri kring landið.

MálsviðgerðMentan og fr ítíð

20 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 21T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Landsstýrismannin í mentamálumHoyvíksvegur 72

postrúm 3279

110 Tórshavntlf. 35 50 50Teldupostur:[email protected]

DagstovnarAvgerðir, tiknar av kommununum smb. løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, kunnu kærast til:

Landsstýrismannin í almanna- og heilsumálumEirargarður 2100 Tórshavntlf. 30 40 50Teldupostur: [email protected]

FyrisitinginLøgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við almennari fyrisiting, bæði lands-, kommunalu-, og interkommunalu myndugleikunum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum.

Løgtingsins umboðsmaðurTraðagøta 43postrúm 2008165 Argir, tlf. 35 85 00 Teldupostur: [email protected].

KærufreistKærufreistin er í fl estu førum 4 vikur, frá tí at avgerðin er fráboðað.

AlmannaverkiðAvgerðir, tiknar av Almannastovuni og Nærverkinum kunnu kærast til:

Kærunevndina í almanna- og heilsumálumSkálatrøð 20postsmoga 45

110 Tórshavn

tlf. 32 05 85.Teldupostur: [email protected]

Heilsuverkið Kærur um heilsufakliga virksemið verða viðgjørdar í donsku kærunevndini:

Sundhedsvæsenets PatientklagenævnFrederiksborggade 152. sal, 1360 København K.tlf. (0045)33 38 95 00Teldupostur: [email protected]

Kærur, ið ikki eru um heilsufakligt virksemi, verða viðgjørdar av:

Kærunevndini í almanna- og heilsumálumSkálatrøð 20, postsmoga 45110 Tórshavntlf. 32 05 85Teldupostur: [email protected]

SkúlaverkiðAvgerðir, sum skúlamyndugleikin á staðnum, herímillum eisini leiðari skúlans, hevur tikið viðv. fólkaskúlanum, og avgerðir, sum skúlastýrið, upptøkunevndin ella skúlastjórin hava tikið viðv. serskúlanum, kunnu kærast til:

Kærureglur

22 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 23T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Lóg um serskúla

Málbólkur § 2

Lóg um studentaskúlarSerligur stuðul til brekaðar næmingar § 5

Lóg um HFSerligur stuðul til brekaðar næmingar § 9

Lóg um HHSerligur stuðul til brekaðar næmingar § 10

Lóg um heilsuverkiðReglur um veitingar § 1

Lóg um sjúkrahúsverkið Rætturin til ókeypis viðgerð § 5Ferða- og uppihaldsútreiðslur § 8Viðgerðir uttanlands § 10

Lóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ungBørn við serligum tørvi § 7

Lóg um rættarstøðuna hjá sjúklingumRætturin til innlit § 19

Ynskja tit at lesa meir um tær reglur, ið galda á ymsu økjunum, er niðanfyri eitt

yvirlit yvir viðkomandi lóggávu í mun til ymsu evnini í hesum kunningarriti:

Fyrisitingarlógin

Vegleiðing § 7

Umboðan § 8Rætturin til skjalainnlit § 9Partshoyring § 18

Grundgeving § 21Kæruvegleiðing § 24Tagnarskylda § 26

ForsorgarlóginRáðgeving § 1Viðgerð, røkt, upplæring á stovnum § 16Meirútreiðslur, inntøkumissur, sjúkraútreiðslur § 17Endurbúgving, hjálpartól, íbúðarbroytingar, avlamisbilur § 18Vard størv § 18aStovnar, sambýli, verkstøð § 32Heimahjálp § 32aStuðulsfólk til vaksin § 32bStuðulsfólk til børn § 32cFakliga nevndin til børn við serligum tørvi § 32dFráboðanarskyldan § 38 DagstovnalóginRætturin hjá børnum við serligum tørvi § 5

FólkaskúlalóginSernámsfrøðilig ráðgeving, stuðul og hjálp § 4Rætturin hjá deyvum næmingum § 5Undirvísingin skal vera lagað til tørv og fortreytir hjá næminginum § 21Kommunustýrið hevur skyldu at skipa fyri undirvísing § 26

Kommunustýrið skal skipa fyri fl utningi § 33Kommunustýrið hevur skyldu at havahóskandi undirvísingarhøli § 47

Viðkomandi lógg áva

24 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 25T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Felagið fyri lesi- og skriviveik

tlf. 31 88 67/44 15 41

t-postur: [email protected]

Føroya Astma/Allergifelag

tlf. 31 14 19/26 53 21

t-postur: [email protected]

Føroya Blindafelag

tlf. 31 82 22fax. 31 92 88

Føroya Psoriasisfelag tlf. 42 41 79 t-postur: [email protected]

Giktafelag Føroya tlf. 31 02 37 t-postur: [email protected]

Heilafelagið, Felagið fyri apopleksi- og afasirakt tlf. 31 15 20 t-postur: [email protected]

ÍSB, Ítróttarsamband fyri brekað tlf. 31 78 79/21 67 60heimasíða: www.isb.fo

Javni tlf. 31 48 27heimasíða: www.javni.fo

LFA-Landsfelagið fyri fólk við autismu

tlf. 50 90 31heimasíða: www.autisma.fo ella www.asperger.fo

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tey foreldra-, sjúku- og brekfeløg, sum eru limir í MBF

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF)

Íslandsvegur 10 c 100 TórshavnForm.: Leila Solmunde

Tlf. 31 73 73, fax. 31 08 13

Heimasíðan: www.mbf.foT-postur: [email protected] er opin:Mánadag til fríggjadag frá kl. 9.00-16.00

Alzheimerfelagið tlf. 31 31 02heimasíða: www.alzheimer.fo

Cøliakifelag Føroya tlf. 44 86 64 t-postur: [email protected]

Deyvafelag Føroya tlf. 31 75 97/22 23 81heimasíða: www.deaf.fo

Diabetesfelag Føroya tlf. 31 95 08/22 50 12heimasíða: www.diabetes.fo

Epileptikarafelag Føroya tlf. 31 39 78heimasíða: www.epilepsi.fo

Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum tlf. 31 34 84/21 95 84 t-postur: [email protected]

Foreldra-, sjúku- og brekfeløg

26 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L 27T I L F O R E L D U R A T B A R N I V I Ð B R E K I

Almannastovan – www.almannastovan.fo

Hjálpartólamiðstøðin

Brekkutún 3Hoyvík – tlf. 35 83 00

Brekdeildin

Stuðulsfólkaskipanin fyri børnØkisdeildin í HavnTinghúsvegur 14

Tórshavn – tlf. 35 35 70

Almannastovan EysturoyHeiðavegurSaltangará – tlf. 47 47 10

Almannastovan NorðoyggjarKlaksvíksvegur 78AKlaksvík – tlf. 45 72 40

Almannastovan SuðuroyTvøroyri – tlf. 35 35 60

Nærverkið – www.naerverk.fo

TrivnaðartænastanEirargarður 2, 2. hæddTórshavn – tlf. 30 40 20

StuðulstænastanLøkjatún 1Argir – tlf. 35 40 20

BarnatænastanN. Finsensgøta 28, 2. hæddTórshavn – tlf. 35 40 10

Lymfødemfelagið

tlf. 31 76 17

Morbus Bechterew

t-postur: [email protected]

Nýrafelagið tlf. 31 59 28

t-postur: [email protected]

Parkinsonfelagið tlf. 31 73 17heimasíða: www.parkinson.fo

Sclerosefelagið tlf. 44 93 25heimasíða: www.sclerosufelag.fo

Sinnisbati tlf. 32 25 44heimasíða: www.sinnisbati.fo

Spastikarafelagið tlf. 31 90 27/22 91 01 t-postur: [email protected]

Hent at vita

28 L E I Ð B E I N I N G U M H J Á L P O G S T U Ð U L

Kommunur

Føroya Kommunufelag – www.fkf.foFrammi í Gerði 1Kvívík – tlf. 42 18 10

Kommunusamskipan Føroya – www.ksf.fo

R.C.Eff ersøesgøta 30Tórshavn – tlf. 30 24 80

Skúlaverkið – www.mmr.fo

Skúlin á Trøðni

Á Frælsinum 32

Tórshavn – tlf. 31 21 15

Sernámsdepilin

Á Frælsinum 32

Tórshavn – tlf. 31 45 22

NSR tænastan í Eysturoynni

Glyvravegur 10Glyvrar – tlf. 47 91 91

Landssjúkrahúsið – www.lsh.fo

Barnadeildin og Psykiatriski depilinJ.C.SvabosgøtaTórshavn – tlf. 30 45 00

Teknmálstulkatænastan – www.tulktekn.foÍslandsvegur 10CTórshavn – tlf. 31 90 06/31 90 12

Føroya Blindastovnur

Íslandsvegur 10ATórshavn – tlf. 31 82 22

Sjálvsognarstovnurin Alv – www.alv.fo

Alv skúlinVið Áir Hvalvík - tlf. 42 21 37

Verkstaðið Alv Smiðjugerði 6 kj.Tórshavn – tlf. 35 00 70

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF)

Íslandsvegur 10 c • 100 Tórshavn

Tlf. 31 73 73 • Fax. 31 08 13 • www.mbf.fo • [email protected]