mars 2019 34. árg. - kbskbs.fo/files/bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum,...

16
BØNARLØTAN Mars 2019 34. árg. 1. Fríggjadagur Mark. 6.30-56 GRØNLAND, Nuuk, Hans Sivertsen Filip og Ane Sivertsen, Cecilie 16, Kristian 14 Óli og Anne-Sophie Tindalíð, Liljan 13, Leanna 12 23. - 29. juni, fyrsta lega 9-13 ár. 30. juni - 6. juli, onnur lega 9-13 ár. 7. - 13 juli lega 13-16 ár. 14. - 20. juli familju- lega. Børn eru á bíðilista. Vit eru fáment, tí er tørvur á 15- 18 hjálparfólkum til hvørja legu á øllum økjum og í øllum aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familjur við børnum eru vælkomnar. Meir kunning: Ragnhild í Skorini Jacobsen tel. +299 486448 og Karstin Neshamar tel. 259481. Thorvald Gaardlykke kemur 16. mai til 11. juni at gera vatnorkuverkið liðugt og aðrar ábøtur. Honum tørvar arbeiðsfólk at hjálpa styttri ella longri tíðarskeið. Tel. 519191. Hjálp! – Okkum tørvar hjálparfólk til legurnar Naalersitaq í Ameralikfirðinum

Upload: others

Post on 24-Jan-2021

0 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

BØNARLØTANMars 2019 34. árg.

1. Fríggjadagur Mark. 6.30-56

GRØNLAND, Nuuk, Hans SivertsenFilip og Ane Sivertsen, Cecilie 16, Kristian 14Óli og Anne-Sophie Tindalíð, Liljan 13, Leanna 1223. - 29. juni, fyrsta lega 9-13 ár. 30. juni - 6. juli, onnur lega 9-13 ár. 7. - 13 juli lega 13-16 ár. 14. - 20. juli familju-lega. Børn eru á bíðilista. Vit eru fáment, tí er tørvur á 15-18 hjálp arfólkum til hvørja legu á øllum økjum og í øllum aldr um, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru vælkomnar. Meir kunning: Ragnhild í Skorini Jacobsen tel. +299 486448 og Karstin Neshamar tel. 259481. Thorvald Gaardlykke kemur 16. mai til 11. juni at gera vatnorkuverkið liðugt og aðrar ábøtur. Honum tørvar arbeiðsfólk at hjálpa styttri ella longri tíðarskeið. Tel. 519191.

Hjálp! – Okkum tørvar hjálparfólk til legurnar Naalersitaq í Ameralikfirðinum

Page 2: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

KRINGVARPIÐ 3. mars, sjónvarpsandakt, Høgni Johannesen 7. apríl, útvarpsmøti, Lívdin, Hoyvík 14. apríl, sjónvarpsmøti, Hebron, Leirvík

R7 (meir á www.evr.fo) Sunnukvøld . kl. 20. . .Kelduvaðið (endursent hóskv. kl. 21)Týskvøld . . . . kl. 21 . . .Á torginum (endursent sunnud. kl. 12.30)

Føroysk møti í Jútlandi2. mars kl. 19 í Bethaniakirkjuni, Dag Hammarskjøldsvej 2A, Aalborg.

ZAREPTAMinnist leiðsluna, Jákup Olsen, Mariu á Lakjuni Simonsen og Jens Bech og teirra tænastu, at Harrin gevur vísdóm, styrki og ávøkst. Tey fyrireika í løtuni legurnar í summar. Seinni í vár verður skeið fyri liðleiðarar og kunning í nøkrum samkomum kring landið.

PAPUA NÝGUINEA, Sorimi, NTMCarol og Poul Joensen, Ísak 16Eg vitji samkomuna í Sorimi 21. febr. - 22 mars. Biðið um gott sam-skifti við tey trúgvandi og framgongd við bíbliuumsetingini.

ÍSLAND, Reykjavík, AkurinnRósa og Jógvan PurkhúsAkureyri, Sjónarhæð, Ástjørn

Page 3: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

2. Leygardagur 4. Mós. 16.23-50

FØROYAR Khuldah og Sámal MikkelsenJosva 9, Ester 8, Samuel 4Møtirøð í Saron á Viðareiði 2. - 3. mars. Bíbliutími 16. mars í Betesda; evnið „Læran um menniskjað“; endamálið er at stimbra anda-liga lívið. Vitjanartænasta ímillum ungar familj ur í Betesda; mær tørvar vísdóm og dirvi til hesa serstøku tænasu. Tveir bíbliutímar fyri samkomuni Hebron, Argir, á Zarepta 24. mars. Biðið um leiðslu, vísdóm og signing.– Else og Poul Johan Djurhuus– Anna Maria og Rógvi Joensen– Annika og Poul Færø– Maria og Jens Bech

USA, Alabama, NTMJudy og Óli á Grømma Jacobsen2. - 11. mars eru vit í Onglandi á al-tjóða NTMfundi. Nógv týdningarmikil mál eru á skránni, sum ávirka arbeiðið hjá NTM kring knøttin. Síðan verða vit heima í Alabama til 31. mars, tá eg skal tala í samkomu í Georgia.

SKOTLAND, MotherwellGLO, Tilsley CollegeDorit og Simon Marshall

Page 4: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

3. Sunnudagur Mark. 7.1-23

FØROYAR Lesa og Tom Roberts15. mars til síðst í apríl vitja Lesa (82 ár) og Tom (83 ár) samkomur og vinfólk. Boðið Poul Jóhan Djurhuus ella Eli Smith frá, um vitjan ynskist; tel. 228314, [email protected]; tel. 592502, [email protected]

FØROYAR– Elin og Jógvan Jacobsen, Boas 11– Unn og Jógvan Zachariassen– Lis Zachariassen– Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi

DANMARK, Keypmannahavn, KristnastovaDora og Niels Pauli NónsteinSigrid 11, Andreas 9, Kristina 722. - 24. mars kemur Oddur á Lakjuni at tala á møtum og hava bíbliutímar í Kristnastovu. Har um-framt heldur Oddur fyrilestur á Oyrasundskollegiinum hós-kvøldið 21. mars um søguliga trúvirðið Nýggja Testamentis.

DANMARK, KeypmannahavnSusan og Øssur Berghamar

Page 5: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

4. Mánadagur 4. Mós. 17.1-13

GRØNLAND, Juvel IIAnna og Óli SteinbergJuvel II siglir 27. mai - 4. juni Klaks-vík-Jakobshavn, og aftur 12. aug. - 18. sept. Nuuk-Klaksvík. Tørvur er á maskinmeistar um. Túrurin kann býtast í partar, t.d. av Klaksvík til Sisimiut í 3 vikur. Nærri avtala um tíð og stað hjá Óla Steinberg, tel. 275218.

PAPUA NÝGUINEA, Madang, NTMNatalie og Philip Hansen, Louis 1Vit hava nú avgjørt at arbeiða við Kovol fólkinum í Madang økinum. Í góðar tvær vikur liva vit saman við bólkum og trúboðarum har; restina av mars vitja vit bygdirnar at siga teimum, at vit leita eftir øki at byggja húsini.

5. Týsdagur Mark. 7.24-37

USA, North CarolinaCharlotte, Calvary ChurchGudny og John MunroTrúboðanarstevnan eydnaðist væl aft-ur í ár. Vit eru glað at senda so nógvar trúboðarar út í heimin. Møtini frá Calvary Church hoyrast hvønn sunnudag kl. 02.45 føroyska tíð á calvarychurch.com/media

ONGLAND, CornwallAnna og David Rodda

Page 6: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

6. Mikudagur Sálmur 37.21-40

MEKSIKO, Mixtec, OaxacaInga McKendryVit endurskoða Ápostlasøguna. Biðið, at tey í toyminum hoyra Guds rødd, meðan tey rættlesa, og at pastorurin sær tørvin at nýta Mixtec í samkomutænastuni.

7. Hósdagur 4. Mós. 18.1-15

MEKSIKO, Michoacán, PuruandiroHansy og Martin TuohyIsabel 14, Victoria, 12, Emma Grace 11, Jónatan 9, Markus 6, Evita Linda 3, Joy Hanna 29. - 16. mars kemur bólkur úr okkara samkomu í Texas at hjálpa okkum at evangelisera í býunum nærhendis.

8. Fríggjadagur Mark. 8.1-21

FØROYARShamila og Høgni Johannesen, Adonia 11Síðan nov. er arbeiðið við trúarverju og andaligum virksemi á Youtube og sosialu miðlunum økt. Eg havi kent kall til hesa tænastu í mong ár. Eg vænti at náa mong, eisini unga ættarliðið av føroyingum, sum lítið og einki veit um trúnna. Biðið áhaldandi fyri okkum sum familju og Adoniu.

ONGLAND, Birmingham, OMClaire og Craig NiclasenElizabeth 13, Rebekah 11, Lydia 8

Page 7: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

9. Leygardagur 4. Mós. 18.16-32

DANMARK, SkovlundeSara og Andrew BerghamarMiriam Joy 15, Noah 12, Lydia Sigrid 1Sara og eg gleddust um at luttaka á hjúnastevnu hjá Lívdini á Zarepta 15. - 17. febr. Vit gleðast eisini um, hvussu barna- og ungdómdsarbeiðið í samkomuni veksur og takka fyri tær hjálpandi hendur, sum halda hesum arbeiði uppi.

10. Sunnudagur Mark. 8.22-38

ONGLAND, North Cotes, NTMErla og Ingvard Petersen, Natan 16Vit halda á at vitja samkomur kring Føroyar og luttaka á fleiri vikuskiftis-legum á Zarepta hendan mánaðan.– Rutt og John í Skemmuni– Vanja og Svein í Prestgarði, Jenny 11, Svend 9, Terji 6, Petra 5

ONGLAND, North Cotes, NTMJulie og Sonni PoulsenEin kvinnuligur lærari á skúlanum við høvuðsábyrgd at undir-vísa í ljóðlæru er flutt heim til Harran eftir eitt ár við krabba. Maðurin heldur fram á skúlanum. Ein onnur kvinna, sum av og á hevur hjálpt til saman við manninum, er somuleiðis flutt heim til Harran eftir 8 mánaðir við krabba. Uppaftur onnur kvinna, sum arbeiðir her, er skorin fyri svull í høvdinum. Hetta kennist sum reiðiligur smeitur, tá vit eru so fá. Men vit gleðast um, at Harrin sendir næmingar úr Evropa á skúlan.

Page 8: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

11. Mánadagur 4. Mós. 19.1-22

DANMARK, KoldingJan og Anne ZachariassenDøves Frikirke fær vitjan av russara, sum skal prædika í eina viku. Okkum tørvar høli til filmstudio og skrivstovuna. Anne hevur havt blóð tøpp og verið til kanningar í 3 ár.

DANMARKGlostrup FrikirkeEldramøtið hevur fingið nýggja heitið „Mandagscafé“ fyri greitt at vísa, at øll eru hjartaliga vælkomin. „Mandagscafé“ er hvønn fyrsta mánadag í mánaðinum kl. 15; tá verður sung-ið, boðskapur framborin og drekkamunnur at fáa.

12. Týsdagur Mark. 9.1-29

SUÐURAFRIKA, MamelodiAids Hope, OMTanja Mortensen Hvørja viku møta vit 15 gentum til hugna og bíbliuundir vís ing, nú við evn um úr GT. Biðið, at tær koma at kenna Jesus sum frelsara og Harra.

BRASILIA, Recife, YWAMMaria Schwartson er á DTS-bíbliu-skúl anum, 3 mánaðir í skúla og 2 mán-aðir í missión.

Page 9: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

13. Mikudagur Sálmur 38

GRØNLAND, QaqortoqMarjun og Páll PoulsenVit takka Harranum, at nóg nógvir handverkarar koma yvir 4. mai at smíða starvsfólkahúsið liðugt, so tað kann takast í brúk í summar. Okkum tørvar enn ein elektrikara og ein HVS-mann at leggja káplar og rør, so timburmenninir ikki verða hindraðir. Áhugað venda sær til Jóanes Norðberg, tel. 222909. Wanja, sum í mong ár hevur víst stórt trúfesti í verk inum, kemur aftur í ár at kokkast fyri arbeiðsmonnunum.

14. Hósdagur 4. Mós. 20.1-29

GRØNLAND, QasigiannguitSolveig og Daniel KindaDaniel fer til Nýfoundland 1. apríl at gera arbeiðið upp á Qaam aneq liðugt undan ferðini til Grønlands í juli. Upptøku-royndir og samrøða við Solveig fyri at fáa dupultan ríkisborg-ara skap var í febr. Vit biðja, at tilgongdin eydnast, so hon kann ferðast til Grønlands um somu tíð sum Daniel. H Í dag fyllir Kristina Nónstein 8 ár.

15. Fríggjadagur Mark. 9.30-50

DANMARK, Hirtshals, MaltaAnna og Hans DjurhuusMalta skipar fyri páskalegu á Hedemølle efterskole 17. - 21. apríl við bíbliuundirvísing, felagssangi, innan- og uttandura ítrótti, spølum o.ø. Tilmeldingarfreist: 1. apríl á [email protected] ella hjá Edmund Joensen, tel. +45 40192451 ella +45 98943775. Biðið, at legan eydnast til frelsu og endurnýgging.

Page 10: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

16. Leygardagur 4. Mós. 21.1-18

FØROYAR, Birgit og Svenning av LoftiAtlantic Mission í Mull 15. - 29. aprílTað er bønarsvar, at nóg mong hava teknað seg, 25 í tali, harav 12 ungfólk. Flestu ferðast loftvegis, meðan nøkur sigla við Juvel II. Vit takka fyri øll, ikki minst fyri tey, ið manna skipið. Biðið fyri endaligu skránni, at veðrið verður laga-ligt á ferðini og á Mull, fyri andaligum ídni, varðveitslu og samanhaldi okkara millum, fyri andaligari veking á Mull og í býunum Oban og Fort William.H Í dag fyllir Evita Linda Tuohy 4 árH Í dag fyllir Lydia Sigrid Berghamar 2 ár.

17. Sunnudagur Mark. 10.1-22

ÍRLANDGuðrun og Ivor Tutty, Karina 17Ivor savnar seg nú meira um Global Serve arbeiðið at hitta fólk og greiða frá, hvussu fjarskotnir ættarbólkar kunnu náast við gleðiboð-skap inum. Tað gongst væl í skúlanum hjá Timothy og Karinu.

18. Mánadagur 4. Mós. 21.19-35

ITALIA, Sant’EliaHeidi og Regin GuttesenNoah 16, Megan 14, Trisha 6, Emma 230. mars hava vit móttøku í nýggja salinum. Nógv fólk eru boðin, presturin í bygdini, borgarstjórin og mong onnur. Biðið, at hetta høvið at lýsa okkara virksemi kveikir áhuga at hoyra náðiboðskapin.

Page 11: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

19. Týsdagur Mark. 10.23-52

JAPANShino og Hallur MortensenKano 9, Nana 7, Louie 5Shino hevur regluligar bíbliutímar við trimum kvinnum, sum ikki rættiliga kenna kristnu trúnna, men vilja vita meir. Hallur fer til Suðurkorea 25. - 28. mars á ráðstevnu hjá Lausannerørsluni. Eitt endamál er at fáa sam-band við umboð úr Japan.

TURKALAND, IstanbulAnnika og Stephen EverettVit eru takksom fyri vaksandi áhuga at fáa bíbliubrævskeið fyrstu mánaðirnar av 2019. Biðið fyri starvsfólkunum, sum hava samtalur í tjattrúminum og fyrireika vitjanir til illa at komu lig ar býir og bygdir, umframt fyri árliga tiltakinum 23. apríl á oynni við Istanbul.

20. Mikudagur Sálmur 39

PAPUA NÝGUINEA, Mengen, LeleAnnika og Simon FlanaganNya 10, Noah 9, Karis 5, Judah 3, Ethan 1Vit hava funnið okkum væl til rættis í PNG, og børnunum dámar væl her. Mengen samkoman stríðist við trupulleikar. Simon vegleiðir ungu bíbliulæraranæmingarnar hesum viðvíkjandi. Vit flyta inn í Lele ættarbólkin fyrst í apríl.

FILIPSOYGGJAR, NapludMonika og Tim Sharp, Ragnhild 15, Rebekka 13, Hanna 10

Page 12: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

21. Hósdagur 4. Mós. 22.1-20

TÝSKLAND, Hückeswagen, Ethnos 360 Wina og Benjamin Hansen, Noah Elias 7Eftir nógva pínu í rygginum seinasta árið varð Wina innløgd í 6 dagar til kanningar. Úrslitið vísti, at ein nerv var kleimd, sum skal viðgerast við fysioterapi. Umvælingin av bygning-in um hjá Ethnos 360 í Týsklandi kann nú endiliga byrja.

USA, Nebraska, Ethnos 360Rachel og Peter Hansen, Caleb 16H Í dag fyllir Trisha May Guttesen 7 ár.

22. Fríggjadagur Mark. 11.1-33

NTM FØROYARNoomi og Eli ChristiansenHadassa 8, Tabita 5, Debora 3, Natan 0Sjey fólk fara á Reach-stevnuna. Samkomur, sum ynskja, at NTM-trúboðarar ella vit koma at vitja, eru vælkomin at boða frá á [email protected]

23. Leygardagur 4. Mós. 22.21-41

FILIPSOYGGJAR, Puerto PrinsessaCathy og Jógvan J. RasmussenTað sær út, sum bæði Ambonglay og Balus familjarnar nú gevast á Balabac. Arbeiðið er slítandi og alt annað enn lætt fyri ungar barnafamiljur.

Page 13: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

24. Sunnudagur Mark. 12.1-17

ZAMBIA, Ndola, GLONanna og David LukamaJosiah 14, Micah 12, Ezra 10, Uhenya 7, Boas 5Barnalegan liggur fyri framman. Í ár verða tvær legur, ein yngri og ein eldri. Biðið fyri teimum 12 næmingunum á Gap Year skeiðnum.

25. Mánadagur 4. Mós. 23.1-30

SENEGAL, TongiaLív PoulsenErik undirvísir nú 5 kvøld um vikuna úr 1. Kor., 1. Tim. og Tit. Her eru nógv torfør evni at viðgera, sum ganga beint ímóti mentanini. Lærararnir á Badiarankeskúlanum eru aftur farnir at læra fólk at lesa og skriva sítt móðurmál. Eg rættlesi í løtuni 2. Kor. við ymiskum málhjálparum.

26. Týsdagur Mark. 12.18-44

GUINEA VESTURAFRIKA, Tarencha, NaluMarion og Hans Arni JensenJens Allan 17, Ryan 9Forsetaval verður her í Senegal seinast í feb. Biðið um friðar-ligt val. Í mars skal forseti veljast millum teir báðar, sum fingu flestar atkvøður í feb. Ein av vinum okkara í Tarencha er farin. Biðið fyri hansara familju. Tríggjar familjur og ein maður komu í jan. at arbeiða við NTM. Tey læra nú franskt. Biðið fyri teirra heilsu.

Page 14: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

27. Mikudagur Sálmur 40

VENESUELA, Puerto OrdazNurimar og Jóhannus Frants PoulsenSíðan farið varð undir neyðhjálpartil-tøk um landamørkini til Kolumbia og Brasila 23. feb, eru ymisk forboð sett í verk. Tað darvar okk-um nógv, at privat flúgving ikki er loyvd í óásetta tíð. Tí fáa trúboðarar í ættarbólkunum ikki akutta hjálp. Trúboðarar, sum skuldu koma at halda ymisk skeið, fáa ikki komið. Hjá okkum gongur alt sámiliga fyri seg; vit royna at ansa okkum sum frægast.

28. Hósdagur 4. Mós. 24.1-25

FRAKLAND, Nantes, OMCecile og Jóhannis Mortensen Sarah 8, Leah 5, Abigail 0Minnist arbeiðið hjá samkomuni at hjálpa kvinnum á gøtuni úr skøkju-handli.H Í dag fyllir Lydia Niclasen 9 ár.

Útgevari: KBS (Kristniboðssambandið) Blaðnevnd: Róland í Skorini, ábyrgd, Elsa í Skorini, Randi Østerø, Selma Godtfred, Kristianna J. Heinesen, Jónvør Christiansen, Lea Wolles, Barbara og Ragnar Vest, Hanna og Sigurð Ó. Vang.Avgreiðsla: Óla Hendrik av Fløtum, tel. 227057.Uppseting: Palli Skorheim, tel. 290087.Myndasavn: [email protected]

Page 15: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

29. Fríggjadagur Mark. 13.1-37

TEILAND, Chiang MaiCorine og Sørin JoensenEli 14, Aron 7, Noah Kristian 5 Fyrstu mánaðirnar á hvørjum ári er luftdálkingin í Chiang Mai millum tær ringastu í heiminum. Hetta ávirkar okkara heilsustøðu neiliga, og vit halda okkum mest innandura hesa tíðina.

30. Leygardagur 4. Mós. 25.1-18

SVEIS, Nyon, Westlake ChurchJeanette og Solomon MaguraReuben 5, Micah 5Vit eru takksom fyri fíggjarliga stuðulin, Harrin hevur signað samkomuna við, og sum ger, at vit kunnu halda á í verkinum her. Vit gleðast at hava Noomi Eysturtún her í løtuni; hon hjálpir til í sunnudagsskúlanum. Biðið framhaldandi, at vit finna hóskandi høli til vaksandi samkomuna og børnini.

FILIPSOYGGJAR, Manila, NTMLiz og Ragnar Niclasen

Prent: Føroyaprent, tel. 314555.Teldupostur: [email protected]íða: www.kbs.fo

©KBS. Loyvt er at endurgeva tilfarið, um keldan verður nevnd.

Page 16: Mars 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-mars19-highres.pdf · 2019. 2. 28. · aldrum, leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvakt, ítriv osfr. Familj ur við børnum eru

31. Sunnudagur Mark. 14.1-38

BÓKATÆNASTANBiðið fyri bókatænastuni hjá Leirkerinum, Logos Hope og Bókasøluni Logos!

Nýggj bók! Dr. John C. Lennox: Can Science Explain Everything?

130 kr.Lennox, professari í stødd frøði á Oxford Uni-versity, er vælkendur í Føroyum síðan væleydn-aðu vitjan hansara í nov. 2014. Hann helt tá fyri-lestr ar fyri fleiri hundrað før oyskum lesandi, fyri sam komum og øðrum um sambandið millum Gud og vísindi. Lennox sig ur soleiðis: „Eg skriv-aði bókina, tí eg fái so ofta spurningar frá fólki um sambandið millum Gud og vísindi. Vónandi svarar bókin nøkrum av teimum spurningum, sum eg havi fingið gjøgn um árini um hetta evnið. Gud og vísindi eru ikki fíggindar, men góðir vinir, og vit eiga at fegnast í báðum.

Opið gerandisdagar kl. 14-18, leygardag kl. 12-16. Tel. 312372 / 282372 www.logos.fo