nordlysid nr 19 2014

20
- lokala røddin síðani 1915 NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 Liðin eru hundrað ár síðan fyrsta føroyska yrkinga- savnið, YRKINGAR eftir J. H. O. Djurhuus, kom út. STERKARI SKAL STRONGUR STRÚKAST VINNUR KLAKSVÍKINGUR Á NORÐOYASTEVNU? KÍ TAPIR Á NORÐOYASTEVNU

Upload: nordlysid

Post on 08-Apr-2016

262 views

Category:

Documents


3 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 19 Fríggjadagin 30. mai 2014.

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 19 2014

- lokala røddin sí ðani 1915

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

Liðin eru hundrað ár síðan fyrsta føroyska yrkinga-savnið, YRKINGAR eftir J. H. O. Djurhuus, kom út.

STERK A RI SK A LSTRONGUR STRÚK AST

V INNUR K L A KSV ÍK INGUR Á NORÐOYASTE V NU?

KÍ TAPIR Á NORÐOYASTE VNU

Page 2: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 20142

Fríggjakvøldi 23 mai kl. 1930 hevði Klaksvíkar Tónlistaskúli eina konsert í Ósaskúlanum í Klaksvík. Konser-tin var serstøk, tí bert løg eftir Jógvan Waag-stein vóru spæld, hettar var ein heiðurskonsert fyri Waagstein.

Felagshøli í Ósaskúla-num var fullsett, tá Helga Gerðalíð, leiðari á Tónlis-taskúlanum bjóðaði vælko-min.

Waagstein var ein fjøl-broyttur listamaður, um-framt at gera løg, var hann eisini listamálri, og í tí sambandinum vóru nøkur listaverk av honum sýnd fram í skúlanum. Mál-ningarnir vóru savnaðir hjá privatfólki, ein stórur partur ættarfólk hjá Waag-stein, umframt at klaks-víkar Kommuna eisini ei-gur nøkur.

Fyri at gera tiltakið so fjølbroytt sum møguligt, var skipa soleiðis fyri, at fyrst bleiv ein felagssangur sungin, Nú hitar sólin bjarta, síðani spældu næ-mingar fimm løg og eftir hetta hevði Andras Sólstein ein fyrilestur um lívið hjá Waagstein.

Síðani vóru aftur nøkur løg spæld og so seinra helvt av fyrilestrinum.

Eftir hetta vóru aftur nøkur løg spæld, og so fekk Signhild Johannesen, for-kvinna í mentunnarnevn-dini í Klaksvíkar Býráð orðið, har hon bar fram tak-karkvøðu, takkaði lærarum og ikki minst næmingunum fyri eina avbera gevandi løtu í Ósaskúlanum.

Tiltakið endaði við felagssanginum Nú nemur náttin við smærur.

Eftir hetta var kaffi, og ein ógloymandi løta at enda

komin.Tey, sum hava lægt lø-

gini til rættis eru Torleik Mortensen, Bogi Lutzen, Páll Sólstein, Sámal Jákup Jakobsen og Laila Nielsen.

Skráin var hendan:Helga Gerðalíð bjóðar væl-kominFelagssangur: Nú hitar sólin bjartaHann rann sær kátur (blok-kfloytur, klaver)Vár við lýggjum vindi (blokkfloytur, tvørfloytur, klaver)Aldan brýtur (strúkarar)

Ódn (klarinettir)Signaða sól (blokk-floyta,floytur)Andras Sólstein sigur frá um WaagsteinÁarbylgja klára (strúka-rar)Mangan dvaldi eg við strond (strúkarar við bratsj solo/Ljudmila Berezina)Harra Gud, títt dýra navn og

æra (klaver, Paula Leivs-garð Joensen)Í búri (kór (Magni Hus-gaard) við strúkarum/Lju-dmila)Vit kunnu øll at renna dyst (kór við guitar)Ein skortlitt kúgv (kór + Norðanvindar)Andras Sólstein sigur frá um Waagstein

Vár við lýggjum vindi/Dimmið (cellokvintett) Várið kemur, hækkar sól (strúkarar) Tíðin rennur (strúkarar)Signhild endarFelagssangur við horn-blásarum: Nú nemur náttin við smærurKaffi

WA AGSTEIN KONSERT

Page 3: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 3

Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av fast­ari ogn lýsir Klaksvíkar Kommuna eitt grundøki undir Grashjalla 5 – matr. nr. 1006k – til sølu. Grundøkið er eitt 519 m² stórt sethúsagrundøki liggjandi í øki A18 við økisásetingini: blandað íbúðar­ og vinnu endamál.

Talan er um innafturlatið grundøki, ið sambært býráðssamtykt frá 20. mars 2014 verður sett alment til sølu til hægstbjóðandi, har galdandi grundstykkja­prísur er minsta boð. Ognin verður lýst til sølu fyri 360 kr./m² ella hægsta boð yvir hesa upphædd til endamál svarandi til ásetningar byggisamtykt­innar. Við í prísinum er veg­ og kloakkgjald.

Upplýsingar um ognina kunnu fáast í Miðlan ella á Teknisku Umsiting á tlf. 41 00 00.

Møgulig tilboð skulu vera skrivlig og skulu vera Klaksvíkar Kommunu í hendi í afturlatnum brævbjalva merktur “1006k tilboð” í senasta lagi 9. juni 2014, kl. 12.00. Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, til ognin er seld.

Klaksvíkar KommunaPostboks 2FO­710 Klaksvík

Sethúsagrundøkiundir Grashjalla 5, Klaksvík til sølu

Page 4: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 20144

Liðin eru hund-rað ár síðan fyrsta føroyska yrkingasavnið, YRKINGAR eftir J. H. O. Djur-huus, kom út. Ríku tónarnir á skaldahørpuni og tann boð-skapur, her ljómar, kennast enn í dag strimbrandi og eggjandi

Pól á Kletti

Yrkingarnar, føroyingar áttu undan aldaskiftinum 1900, vóru rættiliga eintát-taðar. Ein føgur mynd av føðilandsins náttúru, eitt lovkvæði til málið, ein eg-gjan til at bera seg at, sole-iðis at móðurlandið fekk av tí frama.

Fyrsti yrkjari, ið trein fram sum endurnýggjari, var J. H. O. Djurhuus. Hann var samstundis fyrsti føroy-ingur, ið gav yrkingasavn út á prenti. Tað hendi fyri snøggum hundrað árum síðan. Um krossmessuleitið 1914 kom út yrkingasavn hansara »Yrkingar«. Í sam-bandi við hundrað ára mer-kisdagin varð mikukvøldið 14. mai skipað fyri kvøldse-tu í H. N. Jacobsens Bóka-handli í Havn við fyrilestri og upplestri.

Hanus Kamban hevði fyrilestur um J. H. O. Djurhuus og yrkingasav-nið »Yrkingar«. Hann he-vur skrivað bókmentaliga

ævisøgu um skaldið í tri-mum bindum, sum kom út í 1990-árunum. Anfinnur Heinesen og Vár Bergha-mar Jacobsen lósu upp yr-kingar eftir Janus ella Áar-stovuskaldið, sum J. H. O. Djurhuus manna millum varð nevndur.

Rættiliga nógv fólk høv-du leitað sær til hesa kvøld-setu, og hjá mær sjálvum fóru nakrir minnisgluggar á glopp, har fagrar, lívgandi løtur birtust fyri mær. Bæði tá eg í 1981 í sambandi við hundrað ára minnisdagin fyri føðing Janusar hitti sy-stursonin Hákun Djurhuus heima við Skansaveg, har eg hevði stutta samrøðu, og síðan síðst í august 1988 á Háskúlanum í samban-di við, at heildarverkið »J. H. O. Djurhuus – Yrkingar 1898-1948« kom út. Eisini tá helt Hanus Kamban fy-rilestur um skaldskap Ja-nusar.

Savnið, sum Mentunar-grunnur Studentafelagsins gav út, hevði Christian Ma-tras, professari, lagt til ræt-tis. Sjálvur var Chr. Matras til staðar, men bert stutta løtu. Hann var tá gamal og illa sjúkur. Stutt eftir doyði hann, so gott var, at hann slapp at síggja henda varða, hann hevði laðað yvir me-ginskald okkara.

Á hædd við onnur euro-peisk mentamálJanus Djurhuus er okkara størsta lýriska skald í nýg-gjari tíð. Hann livdi frá 1881 til 1948. Hann vaks upp í Áarstovu í Havn. Móðirin Elsa Maria f. Poul-sen var úr Toftum í Hósvík, faðirin Óla Jákup Djurhuus – Óla Jákup í Áarstovu – var úr Havn.

Barnaárini her høvdu stórt andligt árin á hann. Sum ungur fór hann til Danmarkar at lesa og tók løgfrøðiligt embætisprógv í Keypmannahavn 1911, var

nøkur ár yvirrættarsakføra-ri í Havn, men búði megin-partin av tíðini í Danmark. Stutt fyri seinna heimsbar-daga flutti hann heim aftur til Føroya at búgva.

Janus Djurhuus skapaði tíðarvend í føroyskum skaldskapi. Longu tíðliga sýndi hann sjálvstøðugt harradømi yvir føroyska málinum, og hann var fyr-stur at lyfta tað á hædd við onnur europeisk mentamál.

Málsliga er Janus endu-rnýggjari sum fáur. Í ung-dómsyrkingum kann hann snáva viðhvørt, men frá fyrsta degi kendist hann sum nýskaparin, ið gav før-oyskum máli ein hátíðar-ligari dám.

Hann »… bar stórleika, kraft og tónandi vælljóð inn í skaldskap okkara –

einki føroyskt skald hevur fingið málið at ljóma sum hann,« segði Rikard Long í fimmti ára føðingardags-heilsan í Varðanum.

Um Janus viðhvørt tykist onkrum torskildur, so er tað tí, at hann tá ikki kann halda sær frá at nýta nøvn og orð úr grikskum ella norrønum skaldskapi. Orð, ið krevja innlit í forna søgu. Á hansara døgum var hesin kunnleiki lítil millum før-oyingar – og er tað í ávísan mun enn.

Janus varð einaferð spur-dur, hvat honum hóvaði løg, ið J. Waagstein hevði smíðað til onkra av yr-kingum hansara. »Mínar yrkingar eru musikkur,« svaraði hann.

Hann setti ikki ljósið un-dir skeppumálið, men satt

er tað – hansara yrkingar syngja í sær sjálvum. Mál-sins tónalag er her drigið fram í ljósið.

Fyrsta yrkingasavniðÍ bløðum – mest í Tingakrossi – hevði Janus gjørt vart við skaldskap sín áðrenn hetta fyrsta yr-kingasavnið »Yrkingar« kom út í 1914.

Hann læt fimm yrkinga-søvn úr hondum við bæði upprunayrkingum og týðingum. Harumframt týddi hann úr grikskum frummáli alt Iliónsk-væði og partar av Odys-seusarkvæði eftir Homer, Verjurøðu Sokratesar og verk eftir Platon.

Tað var meðan Janus Djurhuus var sakførara-fulltrúi í Århus, at fyrsta yr-kingasavn hansara – og tað fyrsta á føroyskum – kom út. Hitt Føroyska Studenta-felagið stóð fyri útgávuni. Tilgongdina í hesari útgávu lýsir Hanus Kamban m.a. soleiðis í øðrum bindi av bókmentaligu ævisøguni um Janus Djurhuus:

Byrjanin sýnist at hava verið tað tiltikna »gávubræ-við«, har Janus læt Studen-tafelagið »eiga rættin til at geva út skaldskap sín«. Gávubrævið er ikki til skjals, men kann hava verið skrivað um jóltíðir 1913, tí 2. januar 1914 takkar M. A. Jacobsen, formaður í

STERK ARI SK AL STRONGUR STRÚK AST

J. H. O. Djurhuus, skald. Hesin málsligi slóðbrótarin hevur verið mongum teirra, ið seinni fóru at yrkja á før-oyskum máli, ein lýsandi fyrimynd

Tá ið yrkingasavnið »Yrkingar« kom út í 1914, var J. H. O. Djurhuus longu kendur sum skald. Men savnið var eitt nýbrot í føroyskum bókmentum, tá talan var um skaldskap á bundnum máli

Page 5: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 5

STERK ARI SK AL STRONGUR STRÚK AST

Studentafelagnum, Janusi fyri at hava givið felagnum dýrastu ogn sína í varðve-itslu – uttan treytir.

Ein trímannanevnd varð sett at hava útgávuna um hendi og at útvega stud-ning. Í hesi nevnd vóru M. A. Jacobsen, Tróndur Olsen og Rikard Long. Mass var skrivari og Tróndur hevði roknskapin um hendi.

Nakað um somu tíð hittir Janus í Århus systkinabarn sítt Poul Niclasen, ið star-vaðist har eitt skifti sum prentari á blaðnum De-mokraten. Poul, ið seinni varð kendur sum blaðstjóri á Dimmalætting, var sonur Niclas og Lisabeth í Køk í Havn, yngstu mostur Janu-sar.

Poul beyð sær til at fáa hetta fyrsta yrkingasavnið hjá Janusi sett og prentað fyri rímiligan kostnað – 120-140 kr. fyri 500 eintøk – á prentsmiðjuni hjá De-mokraten. Tað lukkaðist at fáa studning frá feløgum og einstaklingum í Føroyum og at fáa fólk at tekna seg fyri bókina og at fáa tilsøgn um lán frá Føroyingafelag. Nevndin læt teimum frænd-unum í Århus upp í hendi at avgera stødd, pappír og útsjónd á bókini. Nevn-din legði kortini dent á, at bókin var fyrsta føroyska yrkingasavnið og at hon skuldi síggja út hareftir, vera eitt »eliteverk«.

Arbeiðið við at prenta yrkingarnar gekk nú sína gongd. Christian Heilskov – hann hevði verið læra-ri í Realskúlanum í Havn og æt tá Pedersen – hevði teknað eina vignett til per-muna, ein tarakrans, sum allir partar vóru fegnir um. Janus var nú farin úr Århus til Fjerritslev í sakførara-virki har at arbeiða, og stutt eftir tóku seg upp trupulle-ikar av prentingini. Avtalað var, at Janus skuldi lesa rættlestur, men eftir at hann var farin úr Århus, legði trímannanevndin seg út í

henda partin av útgávuar-beiðinum. Bæði sjálvar ræt-tingarnar, og ivaleyst eisini orðalagið í brøvunum frá nevndini, fingu øði í Poul Niclasen, sum nú sýtti at samarbeiða við nevndina. Nevndin heitti nú inniliga á Janus um at blíðka fræn-da sín. Endin var, at Janus tók endaligu ábyrgdina av rættlestrinum og bað Poul »blása« á trímannanevndi-na. Í summum førum mát-ti Janus taka nevndina av ræði og rætta hennara ræt-tingar.

Poul Niclasen blíðkaðist skjótt aftur, og bókin var liðugt prentað í apríl 1914. Janus og Poul vórðu bod-nir til Keypmannahavnar um páskirnar í veitslu fyri útgávuni – sum heiðursge-stir hjá Studentafelagnum. Alt bendir á, at ið hvussu er Janus tók av, og at henda veitsla varð hildin hjá Chri-stoffer Lützen.

Bókin kom út í Føroyum um mánaðaskiftið apríl/mai 1914, kanska fyrst í mai (Tingakrossar boðar frá út-gávuni 6. mai 1914). Bókin varð eisini seld í Danmark, og ikki so fá eintøk fóru til Íslands, har Ungmanna-felagið í Reykjavík stuðlaði útgávuni, og har bókin varð umrødd í blaðnum Sunnan-fari. Bókin var 76 síður og kostaði eina krónu.

Bókin var grá á liti við ei-num grønum farra, ið rann væl saman við tí fløskugrø-na tarakransinum kring myndina av Eiðiskolli, Risanum og Kellingini, ið samanumtikið gav permu-myndini ein »sævarken-dan« og »atlantiskan« dám.

Við eini orðing á einum blaði fyri seg – aftan á tit-tulblaðið – var henda bókin vígd minninum um langab-ba Janusar, Sjóvarbóndan. Janus vísti á henda hátt, at hann var medvitin um arvin í ætt síni. Sjóvarbøndurnir, feðgarnir Jens Christian og Jens Hendrik Djurhuus vóru mikil kvæðaskald.

Av teimum 48 yrkingu-num í hesum savni høvdu tær allarflestu verið pren-taðar ella almannakunn-gjørdar fyrr. Tríggjar sóu dagsins ljós á fyrsta sinni í hesi bók, »Heimferð«, »Ein sangur í smíli« og »Mót’ vári.«

Hetta var fyrsta útgáva hjá forlagi Studentafelags-ins, sum – hóast tað hevur skift navn – er til enn; sum Mentunargrunnur Studen-tafelagsins.

Djúphugsanog søgumáttuÍ hægsta skaldsliga blóma stóð Janus Djurhuus mil-lum 1914, tá ið fyrsta savn hansara kom á prenti, og 1923, tá ið onnur – nógv økta útgáva – kom av he-sum savni. Her er t.d. mát-tmikla algyðisyrkingin »Móses á Sinaifjalli«, »Fe-igdarljóð« og »Fyri okkum lýsir eingin lukkusól«.

Í minningarorðum um Janus Djurhuus í Útiseta 1948, heldur Chr. Matras summar av yrkingunum af-tan á 1923 – mest tær, sum komu í »Nýggjar yrkingar« (1938) – við sínum inniliga tóna kanska vera av slíkum slag, at teimum man longst lív vera lagað.

»Eg meini t.d. við »Song um lívið«, »Unnist mær áðrenn síðstu nátt«, »Song-fugl í búri«. Eisini hin mei-staraliga »Fangavísa« eigur at verða nevnd her. Allar hesar eru frá útlegdartíði-ni – tí Janus var av son-num eina tíð útlagin,« sigur hann.

Í 1941 kom út »Carmina« og í 1944 »Moriendo«.

Yvir skaldskapi Janusar er eitt eyðkennislag, ólíkt øðrum, ið áður var, og ringt at fylgja hjá teimum, ið vildu taka upp eftir hann. Skaldskapur hansara er merktur av fornari griks-kari heimspeki og fornum grikskum skaldakynstri. Men hann hevði eisini djúpar røtur í forna norrøna

siðvenju.Janus yrkti við djúphug-

sni og søguligum mátti. Í mongum av hesum yr-kingum letur hann í ha-minum hjá øðrum egnar sálarkenslur fáa ljóð, t.d. yrkingarnar um Grettir Ásmundarson (úr íslen-dingasøgu) og Trónd í Gøtu. Hann kundi vera háðandi og speirekandi í skaldska-pi sínum. Særdi meint, har hann rakti; mest tá hann vardi hugsjónir sínar móti einum samfelagi fullum av dømisjúku og órættvísi.

Av útlendskum skalda-brøðrum var Janus ser-stakliga hugtikin av sven-ska skaldinum Gustaf Fröding, hvørs skaldskap hann við hegni og fynd hevur latið í føroyskan málbúnað, øðrum kendum nøvnum úr heimsbókmen-tunum við lið, m.a. Goethe, Schiller, Heine, Pou, Yeats, Nietzsche, Bjørnson, Ibsen, Brandes, Heidenstam og Johs. V. Jensen.

Í 1961 gav Mentunar-grunnur Studentafelagsins út eitt úrvalssavn við yr-

kingum eftir Janus Djur-huus, »Yrkingar í úrvali«, sum Karsten Hoydal legði til rættis.

Molin av harraborðinumUttan á kundi Janus Djur-huus viðhvørt tykjast harður og stívrendur, men inni í sálardýpinum búði ein eym og viðkvom men-niskja, ið hevði samkenslu við øllum livandi á fold.

Tey árini, hann var útla-gin og búði í Keypmanna-havn, var hann maðurin, ung lesandi og onnur í ørin-dum har fylktust um. Hann kundi sita við veitsluborð, kringsettum av ungdómi, ið næstan tilbað hann, meðan mjaðarskálin gekk frá munni til munn og skemta-narorðini fullu.

Størstu virðingina hava tó føroyingar í bæði samtíð og eftirtíð fyri skaldskapi hansara sum aðalhyrnis-steini í skaldahúsi okkara í dag.

Í Oyggjaskeggja 1951 skrivar Chr. Matras um molan, sum dottin var av harraborði Janusar, og sum

ikki var komin í nakað savn við yrkingum hansara:

Men gev mær hvassan landnyrðingog brim og ódn og hvir-lutingog brennivín og harpusláttog villan grát á heystar-nátt.

»… tað er ikki eiti á ríkidø-mi at tola, at missa slíkt av borði,« sigur Chr. Matras, tí sjáldan hevur røddin á Janusi verið eyðkendari enn her. Ja, á mangan hátt er hetta ørindið lykilin inn í skaldastovu Janusar – og inn í loynikovan við.

Ríkar tónar á skaldahørpuniMeðan fosturlandsalsku-rin hjá øðrum føroyskum skaldum er ein undirtóni, er hann hjá Janusi Djurhuus eitt vónloysi í farnari stórle-ikatíð, sum ongantíð kemur aftur. Men kortini – her er bót á borði. Ein yrking hjá Janusi Djurhuus eitur »Áræði«. Fyrsta ørindið ljóðar soleiðis:

Í trimum drúgvum bindum við eini rúgvu av myndum sigur Hanus Kamban lívssøguna hjá J. H. O. Djurhuus, og hansara skaldskapur verður lýstur í ævisøguligum samanhangi.

Ævisøgan um Janus Djurhuus er ein roynd at flætta saman persónslýsing, tíðarsøgu og bókmentasøgu. Verkið »J. H. O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga I-III« kom út í tíðarbili-num 1994-97.

Ein bókmentalig ævisøga

Áarvegur oman móti galvinum á Áarstovu, Vertshúsið og Gongin. Barndómsins heimur, ið mikið rein við sinni áarstovubrøðranna Janusar og Hans Andriasar, ið báðir evnaðu skaldaperlur – við hvør sínum glitri

Page 6: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 20146

Spældi strongur skamma stundsyrgin skýmdarljóð,sál mín vaknar sum úr blund,brúsar bundið blóð;sterkari skal strongur strú-kast,bitrari skal brandur brú-kast.

Hjá Janusi leikaðu streingi-rnir í skaldahørpuni við ríkari tónum enn hjá nø-krum øðrum skaldi. Eitt ríkidømi frá myrkastu, djúpastu eymkan til ljós-astu, læandi tónar, frá tyn-gjandi syrgni til lættasta kæti, frá myrkasta vónloysi til bjartastu vónir og treysti.

Hesir tónar hava givið nýggjum ættarliði megi og mátt – við stavnhaldinum: »… sterkari skal strongur strúkast«. Janus Djurhuus hevur verið undangongu-maður hjá mongum skaldi á stetlandi føti, sum líðan-di hevur loyst seg frá fy-rimyndini, fótað sær og funnið sítt egna støði. T. N. Djurhuus er ein.

Á kvøldsetuni í H. N. Ja-cobsens Bókahandli í farnu viku setti Hanus Kamban spurningin, um vit í dag kundu skapað eitt slíkt skald sum Janus. Svarið er

– nei. Tað kunnu vit ikki, tí

Janus var málsliga væl búg-vin og andliga brynjaður sum fáur – við kunnleika til

fornmálini – grikskt, latín og norrønt – og verandi europeisk mál. Og haraftrat við hollum innliti í søgu og bókmentir í mongum tíðar-

fláum.Slík fólk eiga vit ikki í

dag.

Fýra skaldabrøður. Janus Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og Hans Andreas Djurhuus

Hanus Kamban, rithøvundur, reisir spurningin, um vit í dag kundu skapað eitt slíkt skald sum Janus. Svarið er – nei. Tað kunnu vit ikki, tí Janus var málsliga væl búgvin og andliga brynjaður sum fáur – við kunnleika til forn-málini – grikskt, latín og norrønt – og verandi europeisk mál. Og haraftrat við hollum innliti í søgu og bókmentir í mongum tíðarfláum. Slík fólk eiga vit ikki í dag

Poul Niclasen var prentari hjá Demokraten í Århus og tók sær av allari prentgerðini tá Janus Djurhuus læt úr hon-dum »Yrkingar«. Poul Niclasen, ið seinni varð blaðstjóri á Dimmalætting, og Janus vóru systkinabørn

J. H. O. Djurhuus (1881-1948)

Jens Hendrik Oliver Djurhuus var føddur í Áarstovu í Havn. Hann var eldri bróðir Hans Andreas Djur-huus. Janus fór ungur á Bornholm at gan-ga í studentaskúla og tók prógv í løgfrøði í Keypmannahavn 1911. Hann arbeiddi stun-dum í Danmark og stundum í Føroyum sum sakførari.

Janus var fyrsti før-oyingur, sum gav út yrkingasavn á prenti. Tað var í 1914, men longu í 1901 sást hansara fyrsta yrking í Tingakrossi. Janus breyt upp úr nýggjum innan føroyska yrking og er ein av okkara mætastu yrkjarum.

Umframt yrkinga-søvnini, sum hann gav út, var hann framúr týðari. Hann týddi fornan grikskan skald-skap til føroyskt, eitt nú Ilionskvæði. Hann týddi yrkingar hjá mongum gitnum yr-kjarum til føroyskt.

Page 7: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 7

Jákup Ósá

Um vikuskiftið er 11. umfar á skránni í Effo-deildini. Í mun til seinasta umfar, so tykist hetta umfa-rið munandi lættari at seta favorittar á, tí her eru fleiri greiðir favorit-tar á heimavølli.

NSÍ-SkálaNSÍ vann 7-0 seinasta um-far á Argjum og sjálvsálitið er helst sera gott í Runavík, nú liðið liggur nummar trý og hevur viðgongd. Móti teimum niðastu liðunum hevur NSÍ staðið seg væl í ár og tí er heimaliðið greiðir favorittar. Skála he-vur fingið stig í helvtini av teirra dystum, men ongan vunnið. Pílurin tykist peika rætta vegin og liðið tapir sjáldan nógv longur. Men í Runavík vænta vit, at NSÍ fer avstað við sigrinum. Tipping: 1

B36-ABOddaliðið er størsti favo-ritturin hetta vikuskiftið. B36 hevur koyrt sum ein vælsmurd maskina í alt ár

og inn ímillum eisini við góðum fótbólti. Í løtuni ty-kist eingin steðga teimum og árstalsfelagið hevur júst vunnið tríggjar truplar úti-dystir í Klaksvík, Runavík og Norðragøtu. AB vann góðan sigur í Fuglafirði, men seinast fingu teir ár-sins størsta lúsing, ið nakar hevur fingið, tá NSÍ vann heili 7-0 á Argjum. Tað skal eitt undur til, um AB skal fáa stig í Gundadali beint í løtuni. Tipping: 1

EB/Streymur-B68

EB/Streymur má sigast at vera í kreppu. Vælman-naði hópurin vinnur ongar dystir og og tað eru bara 4 stig, sum skilja hesi bæði liðini. Vit hava vænta, at tað fór at venda í eina tíð nú, men tað sær einki út hesum viðvíkjandi. B68 hinvegin hevur spælt betri við enn fleiri væntaðu og toftamenn hava bara tapt ein dyst av seinastu fimm. Hinvegin hevur B68 ikki fingið nakað stig á útivølli enn. Við Margáir er EB/Streymur stórfavorittur

hendan dystin. Tipping: 1

ÍF-HBÍF hevur ikki vunnið síðani í 5. umfari móti EB/Streymi á heimavølli. Men havast skal í huga, at ÍF seinastu árini hevur havt gott tak á HB. HB hevur ikki tapt í ár og ein góður seinni hálvle-ikur í Klaksvík var nokk til at vinna liðnum 3 stig. Tað tykist sum HB altíð hevur eitt eyka ’’gir’’ at koyra uppá, um tað gerst neyðugt. Hesin dysturin kann blíva tættur, men formkurvan pe-

ikar greitt á HB. Tipping: 2

KÍ-VíkingurNorðoyastevnudysturin er millum nummar 5 og 6 á stigatalvuni. Serliga hjá Víkingi er hetta eitt vón-brot, men eisini KÍ kundi helst hugsað sær at ligið hægri á stigatalvuni. Bæði liðini taptu seinast móti tei-mum báðum oddaliðunum, so her verður uttan iva nógv lagt fyri í royndini at vaska talvuna reina. KÍ verður nakað skert til dystin, men móti HB sóu vit, at hetta

ikki ávirkaði so nógv. KÍ skal til at fáa spælið og serliga verjuspælið frá fyr-ra hálvleiki í tí dystinum fram aftur. Hinvegin hevur Víkingur gott tak á KÍ og tá Norðoyastevna er, so plagar KÍ ikki at standa seg væl. Tipping: 2

KÍ TAPIR Á NORÐOYASTE VNUMeting:

Leygardagin á Norðoyastevnu verður dartkap-ping í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag. K

appast verður í 501 og verður tað spælt Cup frá byrjan. Spælt verður best av 7 settum heilt fram til finaluna ið verður best av 9 settum.

Kappingin byrjar aftaná kappróðurin t.v.s kl. 18 og lata hølini upp 1 tíma undan kappingarbyrjan. Aftaná kappingina verður Show Double, har tað verður trekt um makkara. Teir ið koma í kvartfinaluna verða styrkis-

mettir, so teir ikki kunnu gerast makkarar.

Kostnaður fyri kap-pingarnar er:

Einstaklingar 100 kr.Showdouble 100 kr.Um tú ert við í báðum

kappingunum, so kostar tað bara 100 kr. fyri báðar

Steyp og medaljur verða latin til nr. 1, 2 og 3 hjá ein-staklingum og í showdoub-le verða medaljur til 1, 2 og 3.

DA RTK A PPING Á NORÐOYASTE V NU

Page 8: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 20148

Frá fríggjadegnum 30. mai kl. 15.00til mánamorgunin 2. juni kl. 06.00

verður ferðslan skipað soleiðis:

Kunngerð um ferðsluá Norðoyastevnu 2014

Norðoyastevnu- og Truckerfestivalskrá 2014

VÆ L KO M I N Á N O R Ð OYA S T E V N U & T RU C K E R F E S T I VAL !Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu og Truckerfestival.

Page 9: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 9

Kl. 13.00 - 24.00 Maverick er opið

Kl 13.00 - 15.00Bláa bylgja hitar upp í Maverick

Kl. 15.00FÓTBÓLTUR: KÌ-VÍKINGUR 1. Deild menn

Kl. 17.00 Fótbóltur : Kí a - NSÍ a Dr. U14

kl 18.00 Betesda: Evangelist møti

Kl. 18.30 Fótbóltur: KÌ d – 07 Vestur b

Kl. 17.30 - 19:00 TALVKAPPING fyri børn og ung í Skákinum á Akursmørk

Kl. 18.00 Møti í Betesda

Kl. 18.00 Møti í Emmaus

kl. 21.00 Ungdómsmøti í Betesda (øll foreldur vælkomin)

Kl. 17.00 Bassaføðingardagur við Angelu, Hannibal, Sasho og Bassa verður á økinum millum Eik Banka og KÍ-skýlið

kl. 18.00Gokart kappkoyring. Tilmelding á tel. 283339

Kl. 18.00 Matargleði í Skálanum: Kabarett, og Dansur. Gutti Winther sjónvarpskokku-rin stendur fyri tí stóra matarkvøldinum.

Kl. 18.00 NORÐOYASTEVNAN VERÐUR SETT: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Norðoyastevnuna á pallinum við Tivoliøki. Hallur Joensen, Kristina Bærentsen, og Beddi Hansen spæla á pallinum, ísamband við setanina.Sent verður beinleiðis á lokal radio FM 98,7og eisini verður streama á stream.fo

Kl. 18.00 TALVKAPPING: Útitalvkapping í Vágstúni.

Kl. 18.00 TIVOLI og útsølur á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 18.00 Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 18.00

Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl. 18.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast,ballónkast,Bogaskjóting á Tivoliøkinum

Kl 18.00 Hoppiland

Kl 18.00 Paintball

Kl 18.00 Maverick opnar

Kl 19.00 KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO

Kl 19.00Sjónleikur: Barna og Ungdóms sjónleikur í Gomlu Brandstøðini

Kl 20.00 Ungdómsmøti í Emmaus við Jaspur Langgaard

Kl 19.45 FÒTBÒLTUR:3.deild KÌ b – Giza/Hoyvík c

Kl 20.00 TÓNLEIKUR: ”” á Tivolipallinum

Kl 21.00 KABARETT: ”Luktur í smakkinum” í Batmintonhøllini. Klaksvíkar Sjónleikara-felag skipar fyri

Kl 22.00 TÓNLEIKUR: á Tivoli pallinum

Kl 23.00 FØROYSKUR DANSUR: Almennur Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.

Kl 23.00 Diskotek í Club 700

Kl 24.00 - 04.00Maverick: Karokee í ovaru hæddini

Kl 00.00Signar í Homrum spælir í Club 700

www.nfi.foNorðoyastevnu- og Truckerfestivalskrá 2014Hósdagur 29. mai

Frígg jadagur 30. mai

Hvannasunds Kommuna

Christianí Grótinum

Norð-Taxi tel. 27 27 70TEL. 777 500

Mat stovan Hjá ElisabethTel. 222450

Page 10: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 201410

Kl 08.30 FÓTBÓLTUR: Dr. U8 Kí c,d,e,HB j,k,l,B36 c,d, 07V i

Kl 10.00FÓTBÓLTUR: Dr.U8 KÌa,b,B36 a,b,AB a,b, Skála a,b,

Kl 11.30FÓTBÓLTUR: G. U10 KÍ g,h,I,HB g,h,B36 c,d,e

Kl 11.00 Treysti skipar fyri árligu Føroya Bjór renningini: Sí meira á www.treysti.foHesuferð verður talan um DAF-góðkenda 5 km rutu.Nú skipar FÍF aftur fyri Grand Prix á stevnum í summar, og hetta verður so fyrsta umfarið.Aldursbólkar síggja soleiðis út:• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldriAldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.SkráinSkráin fyri rennikappingina leygardagin 1. juni á Norðoyastevnu sær sole-iðis út:kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1998 ella fyrr) - 5 kmkl. 11.00 Veteranar (f.1959-1968) - 5 kmkl. 11.00 Superveteranar (f.1958 ella fyrr) - 5 kmkl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) - 665 mkl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) - 665 mkl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) - 1.330 mkl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) - 1.330 mkl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri TelebúðinaHeiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Kl 13.00 Fótbóltur: Gentur U12 Kí b, B36 d, B71, AB

Norðoyastevnu- og Truckerfestivalskrá 2014

VÆ L KO M I N Á N O R Ð OYA S T E V N U & T RU C K E R F E S T I VAL !Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu og Truckerfestival.

Norðoyastevnuaftan 31. mai

Page 11: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 11

Kl 13.00 Team rynkeby súkklarar koma til Klaksvíkar. Súkla runt í Býnum, og møgu-leiki verður at heilsa uppá súkklararnar úti á kappróðarøkinum

Kl 13.00 KAPPRÓÐUR: Barnaróður byrjar

Kl 13.00 Maverick opnar

Kl 14.00 Truckerfestivalur: Allir bilar møttir. Framsýning byrjar.

Kl 14.45 Fótbóltur: Dr. U16 KÌ – 07 Vestur

Kl 14.00TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið

Kl 14.00Skjótibreyt við á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl 14.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl 14.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast,ballónkast,Bogaskjóting á Tivoliøkinum

Kl 14.00 Hoppiland

Kl 14.00Paintball

Kl 15.00 Kappróður: Beint eftir róðurin, verða steypini handað í Klaksvíksgarðinum

Kl 15.00Grill Team – søla av búffum

Kl 16.00Mc arar saman viðBetesda skipa fyri Trucker & Mc Gudstænastu í Betesda

Kl 16.30FÓTBÓLTUR: 3 deild menn KÌ a –NSÍ a

Kl 16.00 - 20.00 LISTAFRAMSÝNING: Norðoya Listafelag hevur listaframsýning í Skúlanum við ÓsánnaÍ ár er Amariel Norðoy við sum gestasýnari– eisini verður nýggi prýðismálningurin hjá Edward Fuglø, The Seagull has landed at síggja á framsýningini.

Kl 18.00Gokart kappkoyring. Tilmelding á tel. 283339

Kl 19.00Sjónleikur: Barna og Ungdóms sjónleikur í Gomlu Brandstøðini

Kl 17.00 - 22.00 Eydnuhjól/Kafé í Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu. Bygdarfelagið Sigursglæman skipar fyri

Kl 18.00 KABARETT: ”Luktur í smakkinum” í Batmintonhøllini. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri.

Kl 19.00Fótbóltur: EFFO deildin KÌ-Víkingur

Kl 19.00 - 23.00Eydnuhjól/Kafé í Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu. Bygdarfelagið Sigursglæman skipar fyri

Kl 20.00 Four-Menn spæla góðan tónleik á Trucker festvaløkinum

Kl 20.00TÓNLEIKUR: Danny Baldursson syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)

Kl 21.00KABARETT: ”Luktur í smakkinum” í Batmintonhøllini. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri.

Kl 21.00Samkoman í Betesda, Klaksvíksvegur, opið hús

Kl 21.00 Betesda hevur útimøti í Vágstúni

Kl 22.30 TÓNLEIKUR: Eyðun Nolsøe syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)

Kl 23.30 - 24.00 Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni.

Kl 24.00 Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágstún, har Torbjørn Jacobsen flytur fram røðu. Aftaná verður stórt fýrverkarí og felagssangur, við Harmonkispæli.Sent verður beinleiðis á lokal radio FM 98,7 eisini verður streama á stream.fo

Kl 23.00Norðoyastevnu Quiz í Club 700

Kl 23.00 Diskotek í Club 700

Kl 24.00 - 04.00Maverick: Karokee í ovaru hæddini

Kl 00.00 Dansur: Stórdansur í KÌ-høllini við Hallur Joensen og DJ Elis Poulsen

Kl 00.30Eyðun Nolsøe spælir í Club 700

Kl 00.00 - 04.00 Opið hús í KFUM & K. Café

www.nfi.foNorðoyastevnu- og Truckerfestivalskrá 2014

Møguligar broytingar í skránni Sí www.nfi.fo

Hvannasunds Kommuna

Christianí Grótinum

Norð-Taxi tel. 27 27 70TEL. 777 500

Matstovan Hjá ElisabethTel. 222450

Page 12: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 201412

Kunngerð um ferðsluá Norðoyastevnu 2014

Meðan rennikappingin fer fram á Norðoyastevnuverða vegirnir kring Lítla Eið stongdir fyri bilferðslusoleiðis: leygardagin 31. mai frá kl. 11.00 til kl. 14.00

Norðoyastevnu- og Truckerfestivalskrá 2014

VÆ L KO M I N Á N O R Ð OYA S T E V N U & T RU C K E R F E S T I VAL !Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu og Truckerfestival.

Page 13: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 13

Kl 10.00Trucker Festivalurin heldur fram

Kl 11.00 Betesda: Breyðbróting

Kl 12.30 Betesda: Sunnudagsskúli

Kl 11.00 Christianskirkjan: Stórfingin Norðurlendsk guðstænasta, Uni Næs dómprós-tur prædikar. Við kórsangi, har 500 sangarar luttaka, av hesum verða 300 úr hinum norðanlondum. Guðstænastan verður send í sjónvarpinum í øllum norðanlondum

Kl 12.45 Fótbóltur: KÍ b – TB/Royn Dr. U16

Kl 13.00 Maverick opnar

Kl 14.00 Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, Býraðs & Bygdarráðslimum úr Norðuroyggjum, skótum, ítróttarfólki, fer úr Klaksvíksgarðinum, og heim í Vágstún, har Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur, og Sjællands Politiorkestur spæla eisini eftir røðuna

Kl 15.00 Barnasang Kafé í KFUM & K.

Kl 14.00 - 23.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið

Kl 14.00 - 23.00 Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl 14.00 - 23.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið

Kl 14.00 - 23.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast,ballónkast,Bogaskjóting á Tivoliøkinum

Kl 14.00 - 23.00 Hoppiland

Kl 14.00Paintball

Kl 15.00 Grill Team – søla av búffum

Kl 15.00 Truckerfestivalurin: Steypahandan

Kl 15.00 FÓTBÓLTUR: 1.deild kvinnur KÌ-HB

Kl 15.00 - 20.00 LISTAFRAMSÝNING: Norðoya Listafelag hevur listaframsýning í Skúlanum við Ósánna.Í ár er Amariel Norðoy við sum gestasýnari– eisini verður nýggi prýðismálningurin hjá Edward Fuglø, The Seagull has landed at síggja á framsýningini.

Kl 15.00 - 22.00Eydnuhjól/Kafé í Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu. Bygdafelagið Sigursglæ-man skipar fyri.

Kl 17.00 BARNATILTAK: Stampe og Captein Gardar, skattaveiða á Tivoliøkinum

Kl 17.00 Truckerfestivalur: Trucker fara úr Klaksvík

Kl 17.30Fótbóltur: KÍ – GÌ Legends

Kl 18.00 Møti í Soli Deo Gloria við John Ellingsgaard (suppa eftir møti)

Kl 18.00 Møti í Emmaus v/Atla Rasmussen

Kl 18.00 Møti við Streingjakórinum í KFUM & K

Kl 18.00 KABARETT: ”Luktur í smakkinum” í Batmintonhøllini. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri

Kl 19.00 Tónleikur á Tivolipallinum

Kl 19.00 Sangløta í Betesda (kóri syngur)

Kl 19.30 Fótbóltur: Kí – Giza/Hoyvík b

Kl 20.00 Tónleikur á Tivolipallinum

Kl 20.30 KFUM & K: Ungdómsmøti

www.nfi.foNorðoyastevnu- og Truckerfestivalskrá 2014Norðoyastevnudag 1. juni

Møguligar broytingar í skránni Sí www.nfi.fo

Hvannasunds Kommuna

Christianí Grótinum

Norð-Taxi tel. 27 27 70TEL. 777 500

Matstovan Hjá ElisabethTel. 222450

Page 14: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 201414

Ársins leikari, ársins ungi leikari, ársins vónbrot og karakterur til øll 10 liðini í Effodeildini.

Jákup Ósá

10 umfør ella meir enn ein triðingur er farin av ársins Effodeild. Í Norðo-yastevnublaðnum settu vit ársins lið. Hesaferð fara vit meir í dýpdina við øllum liðunum hvør sær og út-peika ársins leikara, unga leikara og vónbrot. Síðani geva vit ein karakter frá 1-10 fyri samlaða liðavri-kið sæð í mun til hóparnar. Tá vit peika út ársins unga leikara, so er talan um al-lar leikarar, sum hava aldur til U21 landsliðið, sum eru leikarar føddir í 1992 ella seinni.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:10: Heimsklassa avrik 9: Framúrskarandi avrik8: Gott avrik7: Yvir miðal avrik6: Miðal avrik5: Undir miðal avrik4: Toluligt avrik3: Vánaligt avrik 2: Sera vánaligt avrik 1: Pínligt avrik

B36Oddaliðið er B36, og tað kemur óvæntað í øllum førum fyri Norðlýsið, ið ikki væntaði nógv av B36 áðrenn kappingina. Kanska serliga vegna teirra minni sannførandi avrik í nøkrum av venjingardystunum. At liðið tapti móti HB í tøttum dysti í steypakappingini te-lur ikki so nógv niður, tí í landskappingini er nærum einki at fýlast at. Nógvir eru um boðið sum ársins leikari, men valið fellir á Adeshina Lawal, sum m.a. hevur verið sera avgerandi í seinastu trimum truplu útidystunum í Klaksvík,

Runavík og Norðragøtu. Hørður Askham hevur gingið á odda í verjupar-tinum. Tá vit skulu finna ársins vónbrot, so fellir va-lið á Eli F. Nielsen, ið áður hevur verið á U21 landslið-num. 142 minuttir eru tað heila, sum Eli hevur spælt og tað er minni enn væntað í einum hópi, sum ikki er millum teir breiðastu.

Ársins leikari: Adeshina Lawal

Ársins ungi leikari: Hørður Askham

Ársins vónbrot: Eli F. Nielsen

Karakter: 9

HBHB var FM favorit-tur undan kappingini og samstundis eitt lið, sum skuldi koma langt í steypa-kappingini. Hetta hevur HB livað upp til. Tí liðið

er saman við B36 langt á odda í landskappingini og í steypakappingini er HB eisini á veg í finaluna, hóast B68 í hálvfinaluni ikki skal undirmetast. Leikliga he-vur HB ikki spælt so frítt og álopskent sum í fjør, og tað telur nakað niður. Fróði Benjaminsen er framvegis oddamaður, har hann er avgerandi leikari í týðandi dystunum og eisini skorar nógv mál. Teitur M. Gests-son er ársins ungi leikari og eisini besti málverjin í deildini. Hinvegin hevur Poul Ingason als ikki sligið til eftir at hann kom frá TB undan kappingarárinum. U21 landsliðsleikarin fær nærum ongan spælitíð í HB og heldur ikki tá Andrew av Fløtum ikki var tøkur seinast, fekk Poul møgule-ikan.

Ársins leikari: Fróði

BenjaminsenÁrsins ungi leikari: Tei-

tur M. GestssonÁrsins vónbrot: Poul

IngasonKarakter: 8

NSÍNSÍ liggur á 3. plássi og tað er ein endastøða, sum felagið heilt vist hevði ve-rið nøgd við. Men munurin niðureftir er lítið og NSÍ av-rikini hava verið óstøðug, har liðið sum oftast hevur havt yvirvág á heimavølli, men ikki staðið seg eins væl á útivølli. Klæmint A. Olsen er toppskjútti í deil-dini, men eisini hann hevur verið óstøðugur. Álopsken-di vongurin Andy Olsen hevur ikki havt nakað up-plegg síðani fyrsta umfar og eitt mál er heldur ikki góðkent. At hann bleiv ti-kin út eftir hálvan tíma í

dystinum móti Víkingi te-lur eisini niður.

Ársins leikari: Klæmint A. Olsen

Ársins ungi leikari: Árni Frederiksberg

Ársins vónbrot: Andy Ó. Olsen

Karakter: 7

EB/StreymurEB/Streymur er kanska størsta vónbroti av øllum. Norðlýsið hevði væntað heilt nógv av EB/Streymi í ár við so góðum fólki. Men bara tríggir sigrar í tíggju umførum er lítið sannfør-andi. Og alt bendur á, at EB/Streymur fyri fyrstu ferð síðani 2006 ikki verður í steypafinaluni. Av leikaru-num hevur klaksvíkingurin Niels Pauli Danielsen ve-rið eitt av fáu ljóspunktu-num við tveimum málum og fýra uppleggum. Ársins

ungi leikari er trupul at vel-ja, tí EB/Streymur einans hevur Gunnar Zacharias-sen, ið hevur spælt meir enn 300 minuttir. So valið fellur á hann, hóast hann hevur skuffað í mun til vó-nir. Rógvi E. Nielsen hevur spælt ov lítið til at vera val-dur. Ársins vónbrot kundu verið so nógvir, men tað fellir á landsliðsleikaran Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur verið fluttur runt millum nógv pláss á lið-num.

Ársins leikari: Niels Pau-li Danielsen

Ársins ungi leikari: Gun-nar Zachariassen

Ársins vónbrot: Pól Jóhannus Justinussen

Karakter: 4

VíkingurVíkingur hevur havt eitt heldur løgið kappingarár.

SOLEIÐIS HAVA LIÐINI STAÐIÐ SEGEf fodeildin:

Page 15: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 15

Liðið byrjaði við at tapa móti AB og KÍ, men tapti so ikki aftur fyrr enn í 10. umfarinum móti B36. Av-rikini hava ofta verið góð, men úrslitini hava ikki fylgt við. Hinvegin telur tað upp, at Víkingur hevur an-nað beinið í steypafinaluni fyri triðju ferð á rað. Súni Olsen hevur havt eitt gott kappingarár og er ársins leikari hjá Víkingi higar-til. Sum ársins unga leikara er heldur eingin ivi um, at høgri bakkurin Bárður J. Hansen eigur tann heiðurin við sínum støðuga og góða avrikið. Nýggja stjørnan hjá Víkingi, Hallur Hans-son, hevur tó verið eitt stórt vónbrot nærum frá byrjan til enda higartil. 0 mál og 1 upplegg er tað heila í lands-kappingini frá landsliðslei-karanum, sum í 2012 vísti stórspæl á HB miðvølli-num.

Ársins leikari: Súni Ol-sen

Ársins ungi leikari: Bárður J. Hansen

Ársins vónbrot: Hallur Hansson

Karakter: 6

KÍKÍ liggur nummar 6, sum eisini er har, sum Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina. Men eitt greitt tap í kvart-finaluni í steypakappingi-ni og 5 tap av 10 dystum í landskappingini er ikki nøktandi. Tað tykist sum um liðið ikki megnar at vinna í stórdystunum og so var einstaki dysturin á Svangaskarði ein, sum te-lur niður. Nýggi leikarin Ndende hevur verið mest støðugi KÍ leikarin. Seinast bleiv hann fluttur í miðver-juna, og har spældi hann eisini framúr. Ungi Tórur Justesen hevur - við einst-økum frávikum - verið væl-spælandi á vinstra bakki eins og hann hevur lagt upp til fleiri mál. Sum ársins vónbrot er 30 ára gamli fyr-rverandi landsliðsleikarin Atli Danielsen valdur, nú hann ikki hevur klárað at lyft sítt spæl á verjukenda miðvøllinum. Teir vánaligu dystirnir eru fleiri enn teir góðu dystirnir hjá roynda miðvalla leikaranum.

Ársins leikari: Ndende Adama Guéye

Ársins ungi leikari: Tórur

JustesenÁrsins vónbrot: Atli Da-

nielsenKarakter: 5

ÍFÍF ætlar sær út í Europa, men liðið hevur ikki livað upp til ÍF liðini í 2012 og 2013, ið fingu silvur. Hetta liðið sær ikki út til at hava nakran møguleika til silvur og tað er stórt lop frá bestu avrikunum til tey vánali-gastu hetta kappingarárið. Á miðvøllinum hevur Karl Løkin spælt nakrar góðar dystir og tað er nokk at vera ársins ÍF leikari. 19 ára gamli Poul N. Mikkelsen hevur spælt fæst í miðver-juni, og hann hevur spælt væl har, hóast ÍF hevur la-tið nógv mál inn. Clayton Soares hevur bara skorað 1 mál og tykist ikki eins væl upplagdur sum seinnu ári-ni. Tað ger hann til ársins vónbrot í ÍF.

Ársins leikari: Karl Løkin

Ársins ungi leikari: Poul N. Mikkelsen

Ársins vónbrot: Clayton Soares

Karakter: 5

B68B68 hevur 9 stig og eitt 8. pláss eftir 10 umfør. Av te-imum hava 7 heimadystir verið, so helst høvdu upp-flytararnir ynskt sær fle-iri stig. Tí eru vit á einum miðal avriki, har dysturin móti KÍ var stóra hæddar-punktið hjá B68, sum ty-kist hava havt eina støðuga menning gjøgnum árið. Sjómaðurin Óli H. Olsen hevur verið sannførandi og skorað 6 mál higartil. Á miðvøllinum hevur 18 ára gamli Hákun Edmundsson fingið sítt gjøgnumbrot. Hinvegin hevur Jann Ingi Petersen ikki livað upp til høgu vónirnar, tí hann he-vur einki mál skorað og einans lagt upp til eitt mál í landskappingini. Tað ger hann til ársins vónbrot.

Ársins leikari: Óli H. Ol-sen

Ársins ungi leikari: Hákun Edmundsson

Ársins vónbrot: Jann Ingi Petersen

Karakter: 6

ABAB hevur tvær ferðir fingið

fult inni í Eysturoynni móti Víkingi og ÍF. Men annars hevur talan ikki verið um serliga sannførandi avrik. Skaðar á lyklaleikarar sum Jóan Símun Edmunds-son og Morten Overgaard hava havt stóra ávirkan. 7-0 tapið móti NSÍ telur eisini nógv niður. Sorin Anghel hevur við sínum 6 málum gjørt sína skyldu og er mest sannførandi AB leikarin higartil. Hørður M. Mohr hevur spælt fast inni á miðvøllinum og fær heiðurin ársins ungi leika-ri. Sum ársins vónbrot hava vit peikað á Bárð Olsen. Fyrst og fremst tí, at hann ikki hevur livað upp til sítt sannførandi spæl í HB síð-sta kappingarár. AB miðv-øllurin hevur ov ofta staðið ov veikur í myndini.

Ársins leikari: Sorin Anghel

Ársins ungi leikari: Hørður M. Mohr

Ársins vónbrot: Bárður Olsen

Karakter: 4

SkálaSkála hevur bara tapt 5 av 10 dystum og tað telur upp

hjá einum hópi, sum helst er tann bíligasti í deildini. Men enn manglar onkur sigur og tí verður talan um ein miðal karakter. Avri-kini síðani 3. umfar hava verið støðug, har størsta tapið kom móti HB í 9.um-farinun, sum vann 2-0, men har Skála var væl við. Jákup Johansen hevur spælt væl og hevur verið við í 4 av 6 málum hjá Skála. Tað ger hann til bæði ársins leikara og ársins unga lei-kara. Pætur Dam Jacobsen hevur spælt í miðverjuni, men har hevur hann ikki í nóg stóran mun sett seg ígjøgnum, sum vit hava sæð áður, har hann hevur verið millum profilarnar í føroyskum fótbólti.

Ársins leikari: Jákup Jo-hansen

Ársins ungi leikari: Jákup Johansen

Ársins vónbrot: Pætur Dam Jacobsen

Karakter: 6

SOLEIÐIS HAVA LIÐINI STAÐIÐ SEG

Page 16: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 201416

Navn, parlagsstøða og bústaður?Tóra Lützen, Støk, Glasgow Hvat fekk teg av landinum?Tað var lesnaðurin, ið dróg fyrst og fremst, tó havi eg ei-sini altíð havt ein dreym um at búð uttanlanda, so fyri meg var tað tvær flugur við eitt smekk, kann man siga.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Eg lesi sálarfrøði á Glasgow Ca-ledonian University, so tað me-sta av degnum verður brúktur á bókasavninum. Eisini havi eg eitt arbeiði við síðuna av í eini vín og champagne bar, so tað er nokk at takast við.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Eg havi búð í Glasgow knapt 3 ár

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Eg stórtrívist í Glasgow! Eg havi fingið nógv góð vinfólk her og havi eisini eitt gott starv, sum eg trívist væl í. Tá eg flutti var-naðist eg beinanvegin, hvussu vinarligir og fyrikomandi sko-tar eru; í flogfarðinum, tann dagin eg flutti, sat eg í millum tveir skotar, og sum nakað púra natúrligt byrjaðu teir at práta. Eg fortelji, at eg havi on-gantíð verið her fyrr, og at eg veit ikki heilt, hvar eg skal, men

at eg ætlaði bara at hoppa í ein hýruvogn, og so taka tað harfrá. Tey vóru fitt nokk til at ringja eftir einum bili fyri meg, royndu at forklára hvar eg skul-di og góvu mær teirra telefon nummar, so eg kundi ringja til tey, um tað var nakar trupulle-iki. Dagin eftir hetta leitaði eg eftir einum matvøruhandli, so eg kundi fylla mær køliskápið. Eg steðgaði trimum ymiskum fólkum fyri at spyrja um veg, har øll steðgaðu og góvu sær góða tíð til at forklára hvønn veg, eg skuldi fara. Hetta er ein eginleiki, sum mær dámar ser-stakliga væl við Glasgow: ein stórbýur, ið hevur tað vinarliga, bygdasliga, føroyska yvir sær, sum heilt víst spælur ein stóran part í, at eg trívist so væl.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Aftaná skúla og arbeiði er ikki so nógv tíð til frítiðar ítriv og tílíkt. Eg havi tó verið partur av einum kóri líka síðani eg flutti til Glasgow, har vit syngja pop, rock, soul, jazz og gospel, og hava konsertir 3 ferðir um árið. Harumframt havi eg eisini ar-beitt sum frívillig við børnum, ið hava havt ein truplan upp-vøkstur.

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum mo-dernaðum og ferðmiklum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? –

Ella í øðrum orðum, hvussu ’slært’ tú teg leysan frá resi-num?Dagin aftaná ein góðan býtúr við systrunum, við chips og dipp og einum góðum filmi er altíð deiliga avslappandi. Annars havi eg tað best, tá eg havi okkurt smávegis at takast við.

Hvør er besta máltíðin, tú fært?Eg eri alt annað enn kræsin, men sushi slær ikki feil

Leingist tú heimaftur? um ja, hví? um nei, hví?Longsulin er altíð har, summar tíðir meir enn aðrar, og leg-gi eg kanska serliga til merkis til hann, tá tað er eitthvørt hátiðarhald heima, føðingar-dagur o.a. Men takk og lov fyri skype, sum hevur verið ein góð hjálp. Lukkutíð havi eg ei-sini so mikið nógv at takast við um dagarnir, at eg merki ikki so nógv til tað.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Fyri at ljóða ordiliga cliché so má tað vera, tá eg eri saman við mínari familju og vinum

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú

kanska okkurt dømi?Ja tað er tað heilt sikkurt. Mest er tað thank you ella cheers, sorry, og bless you. Tað er eisi-ni ofta tá eg eri heima í Føroy-um, at eg má siga okkurt orð á enskum, tí eg komi ikki framm til tað føroyska samsvarandi orðið - havi tíverri ikki nakað dømi.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Vónandi eri eg liðug við lesnaðin og havi funnið mítt dreyma starv heima á klettu-num

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har

heima, er møguleikin her:Eg vil gjarna senda eina heil-san til mammu og babba, sum longu hava fingið tvær heilsur :) eisini eina til Hannu Hansen, sum eg gleði meg ómetaliga nógv at siggja aftur og ikki minst til Arnfríð og Andreu

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð? Eg haldi at Asta Hansen skal eisini sleppa at svara hesum spurningunum :)

Útisetin hesaferð:”Skotar eru sera blíðir ”

ANNA VIÐSTEIN VANN BILINAnna Viðstein kom inn á gólvið hjá svágrinum, Óla Marner Christiansen, og sá eitt bunti av lutaseðlum liggja á borðinum. – Keyp ovasta lutaseðilin og vinn ein spildur nýggjan Toyota Avensis Station Car, segði Óli Marner Christiansen við svigarinuna – hon tók av tilboðnum, og í dag kun-di Anna saman við familju-ni taka ímóti vinninginum uppi hjá Reyni Service – ein spildurnýggjur Toyo-ta Avensis sum hevur eitt virði á kr. 313.850,-

- Vit eru sjálvandi ovur-fegin og av tí at vit eisini eiga ein bil frammanundan eru vit væl koyrandi, segði Sankey Viðstein skemtan-di meðan Hans Berg frá Reyni Service handaði ko-nuni lykilin til nýggja fa-miljubilin.

Kristian Fríðrik Olsen, umboð fyri Blákross sigur at lutaseðlan var til frama fyri nýggja heimið á Nesi sum verður tikið í nýtslu eftir summarfrítíðina.

- Vit eru sera væl nøgd við innsavningina og ynskja at takka øllum sum hava verið við til at lyfta upp undir og stuðla, sigur Kristian Fríðrik og ynskir hepna vinnaranum hjartali-ga tillukku.

Page 17: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 17

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Brúdleyp

Brúðarlýsingareru ókeypis

Leygardagin 19. Juli giftastGurið Joensen, Porkeri og

Jákup E. Petersen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.Veitslan verður hildin í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

kl 17.00.Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum,

verða biðin um at siga frá á telduposti [email protected] ella

á tlf. nr. +45 61733810 innan 1. Juli.

Brúdleyp

Hósdagin tann 26. juni giftastMathilda Kristoffursdóttur Svøðstein, Klaksvík

og Bent Hansen, Leirvík.

Vígslan verður Klokkan 14.00 í býráðshúsinum.Tey, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við

okkum, eru hjartaliga vælkomin til opið húsí Heiðriksmørk 17, Leirvik frá 18.00.

Tey hevði glett okkum um tit komu at halda dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Leygardagin 5. juli kl. 10 giftastHeidi Isaksen, Klaksvík og Theodor Thomassen,

Miðvágur, á býráðsskrivstovuni í Tórshavn.

Frá kl. 16 er opið hús í Dungagøtu 7, Tórshavn,har øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda

dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli 2014 giftastOlivia Rasmussen og Bogi Tróndheim,

bæði úr Klaksvík, í Betesda í Klaksvík.Vígslan verður í Betesda kl. 12.00. Kl 19 verður vælkomst í Betesda, og hevði tað glett okkum

at sæð so mong sum møguligt.

BrúdleypL E I Ð A R I N

Við minst hugsandi meiriluta yvirlivdi Jørgen Niclasen atkvøðugreiðsluna í løgtinginum fyrr í kvøld. Hóast løgmaður segði seg fravegis hava álit á Jørgen Niclasen hevur samgongan fingið ein harðan snudd. Men Helgi Abrahamsen sigur at hetta var ikki eitt misálit á samgonguna – hóast hann var ein av samgongulimunum sum atkvøddi saman við andstøðuni

Hetta handlar ikki um jura og hvør hevur rætt ella skeivt ella um spønplátur og hegn á einari vø-rugoymslu. Men hetta er eitt greitt signal um at vit ikki eru nøgdir við at vit ikki hava politiskan ar-beiðsfrið. Hetta er ikki eitt misálit á løgman, men eitt signal um at vit als ikki eru nøgd við støðuna, sigur Helgi Abrahamsen í stuttari viðmerking.

Samgongan í tungum sjógviSpurningurin er um samgongan yvirlivur krep-puna sum nú er íkomin eftir at sjálvur løgmanns-flokkurin fór í tvíningar í spurninginum um sjálvur fíggjarmálaráðharrin er álitismaður ella ikki.

Nú verður bíðja eftir samgongufundinum sum løgmaður kallar saman til. Men tað slepst ikki ut-tan um at “Tollmálið” er vorið eitt politiskt barn sum er enda í føvninginum á Sambandsflokkinum við atkvøðugreiðsluni í dag.

Við fullari uppbakking frá Fólkaflokkinum og Løg-manni hevur Jørgen onga orsøk til at leggja frá sær og tí eru øll eygu nú vend á Sambandsflokkin og Løgmann.

JWJ

Sambandsf lokkurin skrædnaði

Page 18: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 201418

amr.fo

Page 19: Nordlysid nr 19 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 19 FRÍGGJADAGIN 30. MAI 2014 19

Vit hava hugt eftir, hvussu Klaksvíkingur vanliga stendur seg á Norðoya-stevnu.

Jákup Ósá

Leygardagin verður fyr-sti FM kappróðurin og í Klaksvík og kanska Norðoyggjum sum heild er størsti spenningurin um, hvussu Klaksvíkingur fer at standa seg hjá 10-man-naførunum.

Klaksvíkingur hevur ofta trupulleikar á Norðoyastev-nu í mun til aðrar stevnur. Eisini í kappingarárum, har hann annars skarar framúr og vinnur FM heitir. Klaks-víkingur hevur í nýggja-ri tíð vunnið FM í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013. Hetta merkir, at hvørja ferð Klaksvíkingur er við, so

vinnur hann FM, tí hann hevur ikki verið við hini árini. Seinast hann róði áðrenn hetta var í 2002, men tá við heilt øðrvísi manning.

Soleiðis stendur Klaks-víkingur segÍ 2006 var fyrsta árið, at partar av núverandi man-ning róðu við Klaksvíkingi. Tá fingu vit eitt sera spen-nandi kappingarár, har Klaksvíkingur og Eys-turoyingur kappaðust. En-din var, at Klaksvíkingur vann fýra stevnur, meðan Eysturoyingur vann tríg-gjar. Á Norðoyastevnu var

tó eingin ivi um, at Eys-turoyingur var tann besti. Hann vann við 5 sekundum niður til Klaksvíking á 2. plássi. Í 2009 róði Klaks-víkingur aftur og aftur var Eysturoyingur nærmasti kappingarneyti. Á Norðo-yastevnu komu bátarnir javnir á mál og sostatt skuldi umróður til. Tað valdi Klaksvíkingur ikki at gera og sostatt vann Eys-turoyingur sær øll 7 stigini. Eysturoyingur vann eisini næstu stevnuna, men síðani vann Klaksvíkingur allar hinar fimm. Í 2011 kom fyr-sti sigurin á Norðoyastev-nu hjá Klaksvíkingi. Men

munurin var lítil til Vest-menning, ið lá á odda me-ginpartin av teininum. 3/25 av einum sekundi var allur munurin. Klaksvíkingur vann allar róðrarnar hetta árið og ongantíð kom nak-ar so tættur róður aftur. Sum oftast vóru 3-4 se-kund millum Klaksvíking og Vestmenning. Í 2012 vann Klaksvíkingur aftur á Norðoyastevnu. Hesaferð í sera harðari kapping við Suðuroying og Vestmen-ning, ið vóru minni enn eitt sekund aftanfyri. Restina av árinum vann Klaks-víkingur 5 av 6 stevnum. Í 2013 vann Suðuroyingur

greiðan sigur á Norðoya-stevnu. 3 sekund aftanfyri kom Klaksvíkingur. Men allar hinar róðrarnar í fjør vann Klaksvíkingur. So-statt er hagtølini hesi árini hesi:

2006: Norðoyastevnu vinnari: Eysturoyingur, FM vinnari: Klaksvíkingur

2009: Norðoyastevnu vinnari: Eysturoyingur, FM vinnari: Klaksvíkingur

2011: Norðoyastevnu vinnari: Klaksvíkingur, FM vinnari: Klaksvíkingur

2012: Norðoyastevnu vinnari: Klaksvíkingur, FM vinnari: Klaksvíkingur

2013: Norðoyastevnu vinnari: Suðuroyingur, FM vinnari: Klaksvíkingur

Hví er tað so?So kann ein spyrja seg, hví Klaksvíkingur ofta hevur tað truplari á Norðoyastev-nu enn til aðrar róðrar. Tað eru helst fleiri orsøkir til hetta, men afturvendandi svarið, tá manningin hevur verið spurd hevur verið, at manningin ofta hevur ve-rið lítið í bátinum áðrenn Norðoyastevnu, tí ofta hava

fleiri rógvarar verið uttan-lands og eru ikki komnir heim fyrr enn á Norðoya-stevnu. Aðrar tíðir hava eykamenn róð á Norðoya-stevnu, har báturin ikki he-vur verið fullmannaður fyrr enn seinni á árinum. Og so er eisini nevnt, at onkrar av hinum manningunum hava vant longri og harðari un-dan Norðoyastevnu, meðan Klaksvíkingur ofta toppar seinni á árinum. Hvussu er og ikki, so verður óg-vuliga spennandi at síggja, hvussu Klaksvíkingur fer at standa seg leygardagin á heimasjógvi. Væntandi fær hann harðastu kap-pingina frá nýggja bátinum á Argjum, ið eitur Drekin Reyði. Hinir bátarnir eru Havnarbáturin, Eysturoy-ingur og Ormurin Langi. Klaksvíkingur vann snar-róðurin fyri nøkrum vikum síðani, men hesin kann ikki samanberast við róðurin á Norðoyastevnu, har róð verður 1000 metrar á fyrsta sinni hesin árini.

VINNUR KL AKSVÍKINGUR Á NORÐOYASTE VNU?

Nevndin í KRF við Klaksvíkingi í baksýni

Page 20: Nordlysid nr 19 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

BA RN A FAGN A ÐUR Í SUMM A RV EÐRI

Mikudagin var barnafagnaður í Klaksvík. Veðrið var sera gott og allir barnagarðarnir í Norðoyggjum luttóku. Í ár setir alt dagstovnaøkið í Norðoyggjum fokus á sansubúningina hjá børnum, so evnið var “sansustimbran”.

Sí fleiri myndir á www.nordlysid.fo