páskastevnan 2015

16
Vælkomin á páskastevnu í Kelduni í Skálafirði

Upload: faroe-media

Post on 08-Apr-2016

241 views

Category:

Documents


4 download

DESCRIPTION

Faldari um páskastevnuna 2015 í Kelduni í Skálafirði.

TRANSCRIPT

Page 1: Páskastevnan 2015

Vælkomin á páskastevnuí Kelduni í Skálafirði

Page 2: Páskastevnan 2015

Hjartaliga vælkomin á Páskastevnuna 2015 í Kelduni í Skálafirði. Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og gevur tær íblástur fram á leiðini.

Í ár verða tað serliga føroyskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Vit trúgva, at hetta liggur á Guds hjarta fyri hesa stevnu. Vit fara tí at bjóða tær at vera við at móttaka frá himli tað, sum Harrin fer at geva okkum ígjøgnum sínar tænarar, sum koma at bera orðið fram.

Endamálið við hesi stevnu í Kelduni er, at menniskju skulu uppliva Kristus, til anda, sál og likam. Páskini minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata, har Jesus doyði og reis uppaftur fyri at geva øllum menniskjum ævigt lív, sum við trúgv taka ímóti evangeliinum.

Kom og ver við og lova Harranum hesa páskahátíð.Vælkomin á páskastevnu í Kelduni

Pauli og Jastrid Høj, samkomuleiðarar

Vælkomin á páskastevnu í Kelduni.

2

Page 3: Páskastevnan 2015

Keldan er ein samkoma, sum vil gera ein mun í samfelagnum og vera til signing fyri alt landið. Vit ynskja, at gleðiboðskapurin skal røkka út til øll menniskju í øllum aldri.

Keldan er ein karismatisk samkoma, sum varð stovnað í 1987. Samkoman er vaksin nógv síðani, hon varð stovnað. Í dag eru 350 til 400 fólk knýtt at Kelduni. 2004 var ein varði í søguni hjá Kelduni. Tá varð nýggjur og stórur samkomubygningur tikin í brúk. Salurin tekur 800-1.000 fólk. Hesin bygningur í Skálafirði er góður karmur um allar tær fjølbroyttu tænasturnar, sum eru í Kelduni.

Sum ein evangelisk frísamkoma grunda vit okkara virksemi og læru á ta klassisku kristnu trúarlæruna. Keldan er sjálvstøðug og ikki formliga partur av einum ávísum trúarbólki. Keldan hevur eitt opið og tvørkirkjuligt sinnalag og samstarvar við aðrar samkomur og kirkjur um at fremja Guds verk á jørð.

Vit trúgva á tað klassiska evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Kristus; tað, sum hevur verið grundarlag teirra kristnu til allar tíðir.

Okkara endamál er at náa menniskju við evangeliinum um Kristus og við Hansara kraft, so menniskju verða frelst, loyst, grødd og før fyri at tæna Harranum og gerast Jesu lærisveinar.Vit vilja vera eitt andaligt heim, har menniskju fáa føði úr Guds orði og høvi at tæna og soleiðis vaksa og gerast sterk bæði andaliga og sálarliga.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna.

Um Kelduna

3

Page 4: Páskastevnan 2015

4

Kl.18.00KvøldmøtiTalari: Tummas Jacobsen

Kl.18.00BarnamøtiEvnið: Hetjur

Skírishósdagur

Kl.10.30MorgunmøtiTalari: Sunniva PoulsenLovsangur: Soli Deo Gloria

Kl.12.00Framhald av morgunmøtinumTalari: Jastrid Høj

Kl.18.00BarnamøtiEvnið: Hetjur

Kl.21.30AWAKETalari: Steven Everett

Kl.18.00KvøldmøtiTalari: Pauli HøjSangur: Hervør á Torkilsheyggi

Langi fríggjadagur

Skráin

Page 5: Páskastevnan 2015

5

Kl.11.00Seminar um islam og kristnitrúgvTalarar: Rúni Rasmussen og Høgni Johannesen

Kl.17.00FamiljumøtiBubu vitjar

Leygardagur

Kl.11.00MorgunmøtiTalari: Ólavur Jacobsen

Kl.18.00KvøldmøtiTalari: Poli JacobsenSangur: GlæmaVerður teknmálstulkað

Kl.21.30Á sanganna veingjum

Kl.18.00BarnamøtiEvnið: Hetjur

Kl.20.30AWAKE PraiseLovsangskvøld

Fyrsti páskadagur

Kl.10.30MorgunmøtiTalari: Bergur D. JoensenLovsangur: Oasan

Kl.12.00Framhald av morgunmøtinumTalari: Símun P. Jacobsen

Kl.18.00BarnamøtiEvnið: Hetjur

Kl.18.00KvøldmøtiTalari: Jóhan Petur Johannesen Sangur: Heine Lutzen

Annar páskadagur

Cafékvøld

Page 6: Páskastevnan 2015

Pauli og Jastrid Høj vóru sett í tænastu sum samkomuleiðarar í 1997 eftir, at hava kent Harrans kall til hesa tænastu. Pauli og Jastrid eru búsitandi í Saltangará saman við børnum sínum Pætur, Mariu og Saru. Pauli hevur tí dagligu leiðsluna av samkomuni undir hond og er fastur talari á skránni hjá Kelduni hvønn mánað. Umframt at standa saman við Paula í samkomuleiðslu er Jastrid eisini skúlastjóri í Frískúlanum Keldan. Henda leiðsla er sett saman av elstum, sum saman mynda samkomuleiðsluna.

6

Um talarar

Símun P. Jacobsensamkomuleiðari í Lívsins Orð í Saltangará

Tummas Jacobsensamkomuleiðari í Filadelfia í Tórshavn

Page 7: Páskastevnan 2015

7

Sunniva Poulsener prædikukvinna og er partur av samkomuni Keldan

Poli Jacobsener prædikumaður og

er í leiðsluni í Lívsins Orð í Saltangará

Jóhan Petur Johannesener prædikumaður og er í leiðsluni í Oasuni í Hoyvík

Ólavur Jacobsener prædikumaður og

er partur av elstaráðnum í Kelduni

Steven Everetttrúboðari í Turkalandi og

partur av samkomuni Keldan

Bergur D. Joensener sóknarprestur í Fólkakirkjuni og er formaður í Føroyska Bíbliufelagnum

Page 8: Páskastevnan 2015

8

Page 9: Páskastevnan 2015

9

Sangur og lovsangur hevur altíð fylt nógv á páskastevnunum í Kelduni, og soleiðis verður eisini í ár.

Lovsangbólkurin í Kelduni luttekur á øllum kvøldmøtunum og Awake. Annars luttaka lovsangsbólkar og einstaklingar úr ymiskum samkomum eisini við sangi og tónleiki.

Í ár luttaka Heine Lützen, Hervør á Torkilsheyggi, lovsangarar úr Oasuni, lovsangarar úr Soli Deo Gloria, Glæma, sum er ein nýggjur a capella bólkur mannaður við átta kvinnurøddum o.fl.

Sangur og lovsangur á

Páskastevnuni

2015

Page 10: Páskastevnan 2015

Leygardagin 4. apríl kl. 11.00 verður áhugavert seminar í Kelduni.

Evnini á seminarinum eru islam og kristnitrúgv, og hvussu kristnitrúgvin veksur og ávirkar um allan heim.

Høgni Johannesen og Rúni Rasmussen fara at hava hvør sín fyrilestur.

Høgni fer í sínum fyrilestri at lýsa islam og samanbera við kristnitrúnna. Høgni fer m.a. at viðgera hesar spurningar: Er IS islam? Hvussu røkka vit muslimum við gleðiboðskapinum?

Rúni fer í sínum fyrilestri at greiða frá, hvussu talið av kristnum er vaksið og veksur í nógvum londum. Rúni fer m.a. at viðgera hesar spurningar: Hvussu ávirkar kristnitrúgvin samfeløg? Hvussu kann kristnitrúgvin fremja positivar broytingar á samfeløg og einstaklingar?

10

Seminar um islam og kristnitrúgv

Høvi verður at seta spurningar.

Endað verður kl. 13.00 (tá verður møguleiki at keypa ein bita).

Ikki er neyðugt við tilmelding til seminarið.

Page 11: Páskastevnan 2015

Leygardagin 4. apríl kl. 11.00 verður áhugavert seminar í Kelduni.

Evnini á seminarinum eru islam og kristnitrúgv, og hvussu kristnitrúgvin veksur og ávirkar um allan heim.

Høgni Johannesen og Rúni Rasmussen fara at hava hvør sín fyrilestur.

Høgni fer í sínum fyrilestri at lýsa islam og samanbera við kristnitrúnna. Høgni fer m.a. at viðgera hesar spurningar: Er IS islam? Hvussu røkka vit muslimum við gleðiboðskapinum?

Rúni fer í sínum fyrilestri at greiða frá, hvussu talið av kristnum er vaksið og veksur í nógvum londum. Rúni fer m.a. at viðgera hesar spurningar: Hvussu ávirkar kristnitrúgvin samfeløg? Hvussu kann kristnitrúgvin fremja positivar broytingar á samfeløg og einstaklingar?

Um Høgna Johannesen

Um Rúna Rasmussen

11

Høvi verður at seta spurningar.

Endað verður kl. 13.00 (tá verður møguleiki at keypa ein bita).

Ikki er neyðugt við tilmelding til seminarið.

Høgni er gudfrøðingur (University of Lampeter) og arbeiðir sum trúboðari. Hann undirvísir og prædikar javnan í samkomum í Føroyum. Høgni brennir fyri at verja kristnu trúnna. Hann er virkin kjakari og hevur bloggin kristindomur-svarar.blogspot.com undir hond. Høgni hevur arbeitt millum muslimar í níggju ár. Hann hevur arbeitt saman við bólkinum Answering Muslims.

Rúni er stjórnmálafrøðingur (Fróðskaparsetur Føroya). Rúni brennir fyri, at kristnitrúgvin skal ávirka alt samfelagið. Hann hevur havt fleiri leiðsluábyrgdir innan

samkomulív og undirvísir javnan í samkomum. Rúni er nevndarformaður í the Global Leadership Summit (GLS) Føroyar og starvast sum deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni. Hann hevur bloggin leidsla.com undir hond.

Page 12: Páskastevnan 2015

12

Barnamøtir

Tiltøk

Ver ein HETJA

Heitið á barnamøtunum á páskum í ár er – Ver ein HETJA! Nógv spennandi verður á skránni. Vit hoyra søgur um hetjur og fara at hoyra um, hvussu vit kunnu vera HETJUR í gerandisdegnum. Eisini verða sangur, dansur, dukkuleikur og ymsar spennandi framførslur á skránni.

Stórt familjutiltak

Á familjumøtinum leygardagin 4. apríl kemur klovnurin BUBU at vitja. Barnakórið syngur, og eisini verður nógv annað spennandi á skránni. Aftaná møtið verður nátturði.

AWAKE

Tvey stór ungdómstiltøk verða í Kelduni á páskum

Langafríggjakvøld kl. 21 verður AWAKE, har Steven Everett, ið er trúboðari í Turkalandi, kemur at tala. Á skránni er eisini góður lovsangur, drama og vitnisburður. Aftan á AWAKE verður ein góður drekkamuður at fáa í matstovuni.

Page 13: Páskastevnan 2015

13

AWAKE Praise

Leygarkvøldið kl. 20:30 verður AWAKE Praise. Tað er eitt lovsangstiltak, har vit í felag fara at tilbiðja Gud við frískligum tónleiki og sangi. Eisini kemur Benjamin N. Jacobsen at hava eitt orð. Aftan á AWAKE Praise verður eitt cafékvøld í matstovuni við hugnaligum tónleikaframførslum og onkrum lekkrum at eta, so eisini verður møguleiki at sita og práta og hugna sær saman við øðrum.

Á Sanganna Veingjum

Hetta er eitt sangtiltak, har øll fáa møguleika at syngja við. Tað verður góður og lættur felagssangur. Eisini verða spennandi sangframførslur og eitt gott orð við á vegnum. Kom og ver við og syng og hugna tær saman við øðrum fólki.

Matstovan og tilmelding til døgurðar

Allar stevnudagarnar bjóðar matstovan m.a. grill, tvíflís, salatbarr, dessertir og kaffi/te.

Prísurin er 100,- fyri ein døgurða og 50,- fyri hálvan døgurða. Døgurði til børn frá 0 til 4 ár er ókeypis. Fyri børn í aldrinum 5-12 ár verdur rindað fyri hálvan døgurða.

Matskrá

Langa fríggjadag: Lambskjøt, brún epli, vanlig epli og sós.

Fyrsta páskadag: Kolottusteik, rómaepli, vanlig epli og sós.

Annan páskadag: Fleskasteik, epli, grønmeti og sós.

Page 14: Páskastevnan 2015

14

Tilmelding

Tilmelding fer fram á www.keldan.fo Eisini ber til at melda seg til døgurða á fartelefon nr. 269320.Freistin at melda seg til døgurða er týsdagin 31. mars kl. 12

Stroyming

Fært tú ikki komið á páskastevnuna? Tú kanst fylgja við kortini, tí møtini og tiltøkini verða stroymað á www.keldan.fo

Bókaborð

Bókahandilin Vitin í Saltangará hevur stórt og fjølbroytt bókaborð á stevnuni. Góður andaligur lesnaður og nógv annað gott tilfar fæst til keyps. Bókaborðið er opið í samband við øll kvøldmøtini

Tulking

Til øll møtini er møguleiki at fáa tulking til enskt, headsett er til taks við kunning-ardiskin.

Teknmásltulking verður eisini til kvøldmøti fyrsta páskadag.

Kunning

Page 15: Páskastevnan 2015

Í 2010 setti Keldan á stovn frískúla. Heitið er Frískúlin Keldan. Virksemið hjá skúlanum fevnir um forskúla, skúla og frítíðarstovu. Alt virksemið er í hølunum hjá Kelduni í Skálafirði. Hølini eru nýmótans og væl egnað til skúlavirksemi, og umhvørvið í Skálafirði er eisini góður karmur um hetta.

Í dag ganga 79 børn í frískúlanum. Tilsamans eru 15 starvsfólk - lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk – sum starvast í Frískúlanum Kelduni.

Skúlin leggur dent á at menna alt menniskjað í kunnleika, likamliga, sosialt og andaliga. Vit vilja, at hvør einstakur næmingur mennist á øllum økjum, svarandi til sín førleika, og at lærarin leitar fram gávurnar í tí einstaka og fær tær at blóma. Skúlin eggjar eisini til góðar dygdir, sum eru grundaðar á tað kristna virðisgrundarlagið.

Undirvísingin er fjølbroytt, skapandi og hugvekjandi. Endamálið hjá skúlanum er: at uppala næmingarnar til at gerast tryggar, glaðar, sjálvstøðugar og væl upplýstar persónar, sum æra Gud og eru ein signing fyri familju, samkomu/kirkju og samfelagið.at stuðla foreldrum í teirra ábyrgd at læra, venja, uppala og vegleiða síni børn Meira sæst á heimasíðu skúlans www.fsk.fo.

15

Frískúlin Keldan

Page 16: Páskastevnan 2015

Fasta vikuskráin hjá KelduniSunnudagar kl. 11: Morgunmøti og barnamøti

Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti

Týsdagar kl. 10: Bønardagur

Leygarkvøld kl. 21: AWAKE

Bústaður:

Skálafjarðarvegur 26,FO-485 Skálafjørður

Teldupostur: [email protected]íða: www.keldan.fo

Sniðgivið hevurFaroe Media