vælkomin til nólsoyar

2
Kunningarstovan í Nólsoy Vælkomin til Nólsoyar www.visitnolsoy.fo HúSINI VIð BRUNN Brunnahúsið er bygt í seinnu helvt av 1600-talinum. Upprunaliga varð tað bygt úr rekaviði, meðan eystari partur av húsinum er av einum stokki úr pommer- skari furu, keyptur á uppboðssølu eftir tí sokallaða „Saksunarskipinum“, ið fórst í Saksun í 1828. Gamli Jáki, ið keypti stokkin, brúkti trý sjóvarføll at føra hann út til Nólsoyar, har hann so varð sagaður upp. Komfýrin keypti Gamli Jáki í 1858, hann var fyrsti komfýrur í bygdini og eisini ein tann fyrsti í Føroyum. Nólsoyingar nevndu hann „Kókimaskinan“. 10 ættarlið av somu slekt hava búð við Brunn í meiri enn 300 ár. Síðsti íbúgvi flutti úr húsinum fyrst í 1980-árunum, og í 1985 varð húsið friðað og gjørt til bygdasavn. Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuna. PAKKHúSIð Pakkhúsið er bygt í 1902. Tað er ein gamal bygda- handil við skivu beint innanfyri hurðina og vøruhillum á vegginum aftanfyri. Handilin er frá tíðini, tá sukur og mjøl vórðu seld í leysari vekt, sápan kom í tunnum og bomm fóru í kramarhús. Í hugnaliga handilshølinum verða nú seldir ymiskir heimavirkislutir, ið eru virkaðir á oynni. Vørurnar telja mat, klæði og prýðislutir. Vinarliga vendið tykkum til Kunningarstovuna um upp- latingartíðir. KORNDALUR OG PRINSESSUTOFTIR Frá umleið 1300 fram til mitt í 1700-árunum búði fólk í Korndali.Toftirnar av búplássinum síggjast enn. Ein av toftunum kallast Prinsessutoftir; søgnin sigur, at ein skotsk kongsdóttir saman við unnusta sínum var rýmd undan pápanum, sum ikki vildi hava dóttur sína at giftast einum manni av fólkinum. Tey sigldu norður í hav og komu til Nólsoyar, har tey settu búgv. Fleiri ár seinni hevði kongur fingið frænir av, hvar dóttirin var, og sigldi til Føroya fyri at drepa hana og mannin. Men tá kongur sá, hvussu væl tey ungu trivust, og hvussu fitt abbabarn hann átti, hálsaði hann um og fyrigav dóttrina. Sagnirnar um búseting í Korndali festi Pól Nolsøe á blað í 10. bindi av Varðanum. Oddvør Johansen hevur endurgivið søgnina um skot- sku prinsessuna í barnabókini „Kongsdóttirin í Nólsoy“ (1996) BáTURIN HJá OVA 1. juli 1986 legði Ove Joensen frá landi í Havn í serbygda 5-mannafarinum Dianu Victoriu fyri at rógva til Danmarkar. Hetta var triðja roynd hansara at rógva til Danmarkar. Hinar báðar ferðirnar varð hann noyddur at leggja upp í Hetlandi, men treiskur sum hann var, royndi hann aftur. Eftir 900 fjórðingum og 41 døgum á havinum gjørdist hann heimskendur, tá hann 11. august legði at á Langelinie í Keypmannahavn. Har var nógv fólk komið saman, og tey og teir nógvu føroyingarnir, sum fylgdu við í sjónvarpinum, sóu hann mussa Lítlu Havfrúnna. Tá Ove kom heim aftur til Føroya, fekk hann eisini eina stórfingna móttøku her. Í kjallaranum á Kunningarstovuni er nú eitt savn gjørt Ova til heiðurs. Her stendur millum annað Diana Victoria, ið førdi hann vegin fram. Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuni

Upload: visittorshavn

Post on 24-Mar-2016

253 views

Category:

Documents


5 download

DESCRIPTION

Faldari hjá Kunningarstovuni í Nólsoy

TRANSCRIPT

Page 1: Vælkomin til Nólsoyar

Kunningarstovan í NólsoyVælkomin til Nólsoyar

www.visitnolsoy.fo

Húsini við Brunn

Brunnahúsið er bygt í seinnu helvt av 1600-talinum. Upprunaliga varð tað bygt úr rekaviði, meðan eystari partur av húsinum er av einum stokki úr pommer-skari furu, keyptur á uppboðssølu eftir tí sokallaða „Saksunarskipinum“, ið fórst í Saksun í 1828. Gamli Jáki, ið keypti stokkin, brúkti trý sjóvarføll at føra hann út til Nólsoyar, har hann so varð sagaður upp. Komfýrin keypti Gamli Jáki í 1858, hann var fyrsti komfýrur í bygdini og eisini ein tann fyrsti í Føroyum. Nólsoyingar nevndu hann „Kókimaskinan“. 10 ættarlið av somu slekt hava búð við Brunn í meiri enn 300 ár. Síðsti íbúgvi flutti úr húsinum fyrst í 1980-árunum, og í 1985 varð húsið friðað og gjørt til bygdasavn. Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuna.

PaKKHúsið

Pakkhúsið er bygt í 1902. Tað er ein gamal bygda-handil við skivu beint innanfyri hurðina og vøruhillum á vegginum aftanfyri. Handilin er frá tíðini, tá sukur og mjøl vórðu seld í leysari vekt, sápan kom í tunnum og bomm fóru í kramarhús.

Í hugnaliga handilshølinum verða nú seldir ymiskir heima virkislutir, ið eru virkaðir á oynni. Vørurnar telja mat, klæði og prýðislutir.

Vinarliga vendið tykkum til Kunningarstovuna um upp-latingartíðir.

Korndalur og Prinsessutoftir

Frá umleið 1300 fram til mitt í 1700-árunum búði fólk í Korndali.Toftirnar av búplássinum síggjast enn. Ein av toftunum kallast Prinsessutoftir; søgnin sigur, at ein skotsk kongsdóttir saman við unnusta sínum var rýmd undan pápanum, sum ikki vildi hava dóttur sína at giftast einum manni av fólkinum. Tey sigldu norður í hav og komu til Nólsoyar, har tey settu búgv. Fleiri ár seinni hevði kongur fingið frænir av, hvar dóttirin var, og sigldi til Føroya fyri at drepa hana og mannin. Men tá kongur sá, hvussu væl tey ungu trivust, og hvussu fitt abbabarn hann átti, hálsaði hann um og fyrigav dóttrina.

Sagnirnar um búseting í Korndali festi Pól Nolsøe á blað í 10. bindi av Varðanum.

Oddvør Johansen hevur endurgivið søgnina um skot-sku prinsessuna í barnabókini „Kongsdóttirin í Nólsoy“ (1996)

Báturin Hjá ova

1. juli 1986 legði Ove Joensen frá landi í Havn í serbygda 5-mannafarinum Dianu Victoriu fyri at rógva til Danmarkar.

Hetta var triðja roynd hansara at rógva til Danmarkar. Hinar báðar ferðirnar varð hann noyddur at leggja upp í Hetlandi, men treiskur sum hann var, royndi hann aftur.

Eftir 900 fjórðingum og 41 døgum á havinum gjørdist hann heimskendur, tá hann 11. august legði at á Langelinie í Keypmannahavn. Har var nógv fólk komið saman, og tey og teir nógvu føroyingarnir, sum fylgdu við í sjónvarpinum, sóu hann mussa Lítlu Havfrúnna. Tá Ove kom heim aftur til Føroya, fekk hann eisini eina stór fingna móttøku her.

Í kjallaranum á Kunningarstovuni er nú eitt savn gjørt Ova til heiðurs. Her stendur millum annað Diana Victoria, ið førdi hann vegin fram. Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuni

Page 2: Vælkomin til Nólsoyar

Borðan

Túrurin er úr bygdini eftir gomlu varðagøtuni út á Borðuna, ið er sunnasti hagapartur á Nólsoy. Tá komið er út um hagaportrið er brekka niðan undir oynna. Síðan verður farið upp stíggin til Oyggjarmúla og fram við Kagnum, har nólsoyingar kagaðu eftir ófriðar skipum.

Komin upp á oynna er slætt allan vegin út á Borðuna. Gingið verður um allar tríggjar hagapartarnar, Heimaru-helvt, Miðjuna og Borðuna. Her er sera friðsælt og vakurt. Heiðafuglarnir láta, onkur hara kemur rennandi framvið og útsýnið er einastandandi. Úr sama staði síggjast bæði Skálhøvdi á Sandi, kuplarnir á Sornfelli og Skálafjørðurin.

Úti á Borðuni liggur vitin – „Tornið við heimsins enda“ hjá William Heinesen ella vitin á Tumbanum, ið nólsoyingar kalla hann. Hann er bygdur í 1893 og er – eins og sethús og úthús har – laðaður úr høgdum føroyskum gróti.

Frá seinastu síðu

Linsan er 2,82 m høg og vigar umleið 4 tons, og linsutólið er eitt av Heimsins størstu av sínum slagi.Vitin á Borðuni var eitt av teimum 10 tornunum í donsku myntseriuni „Tårnmønter“ (2002-2007).

Á Borðuni búðu trý húski í vitapassarahúsinum. Tá flest fólk búðu á Borðuni, vóru 10 børn, og skúlagongdin í oynni skifti millum bygdina og Borðuna. Her eru neyst og atløgupláss til bátar, sum bæði nólsoyingar og argjafólk brúktu, tá tey skuldu fara eftir torvi í Borðu-haganum.

Um veðrið er til vildar, ber til at sigla til Borðuna, har ferðafólkini verða sett á land. Síðani verður gingið aftur í bygdina. Henda útferðin tekur 4 – 5 tímar.

Verður gingið báðar vegir, er teinurin 22 km og tekur umleið 8 tímar. Henda útferðin er fyri fólk, sum eru von at ganga, og mælt verður til ikki at taka við børn yngri enn 12 ár.

jens-Kjeld jensen

Umframt at vera ornitologur er Jens-Kjeld eisini fugla-útstappari og serfrøðingur innan fuglar. Umframt fuglarnar hevur Jens-Kjeld áhuga fyri smá-kyktum og plantum, og hann hevur gjørt ein urtagarð í bygdini, har flestu sløg av føroyskum pílavøkstri eru umboðað. Píl hevur vaksið í Føroyum frá fornari tíð.

Høvi er at vitja verkstaðin hjá Jens-Kjeld eftir avtalu, har møguleiki eisini er at keypa teir útstappaðu fuglarnir og aðrar souvenirs.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Kunningarstovuna ella til Jens-Kjeld Jensen á tlf. 327064 ella [email protected]. Sí eisini www.jenskjeld.info.

uPP í sKiP

Gingið verður um Mittlið, út í hagan og niðan á Oyggja múla, har vent verður til vinstru í móti tí, ið verður kallað fyri „uppi í Skip“, har nólsoyingar goymdu seg fyri sjórænarunum. Her er vakurt útsýni eystur í hav og um oyggjarnar norðureftir.

Á veg niðan og heim aftur fara tit um Korndalin, har tann gamla búsetingin var. Toftirnar av hesum bú plássi síggjast enn. Ein teirra kallast Prinsessutoftir eftir eini søgn um eina skotska kongsdóttur, ið saman við unnusta sínum rýmdi undan pápanum og búsettist her á oynni.

Kunningarstovan

vetrarbrimm, havsvimjing, nýføroyskur bygdamatur, friðsæl kvirra ella tornið við heimsins enda?

Vit í Kunningarstovuni geva tær og tínum bestu upplivingar nakrantíð, tað verið seg

við ferðaleiðara eftir oynnihoyra søgur og skrøgg um sjórænarar, kappabrøgd

og óførar neytakonurút at eta eitt vælsmakkandi máltíð við føroyskum

rávørum dusa tykkum á sandinum á Malarenda summardagar

við Nólsoyarvaflumdystast á vøllinum ella kapprenna út á Borðunaella tit um veturin vilja njóta einastandandi friðin og

jarmanina av seyðafylgjunum húsanna millum.

Bert 20 min. úr høvuðsstaðnum taka vit við opnum ørmum móti tykkum, sum vilja vitja hesa einastandandi og vøkru oyggj, stórar og smáar familjur, børn, vaksin, ítróttarfólk, bindiklubbar, starvsfelagar, virkir og øll onnur, føroyingar sum útlendingar.

Ynskja tit mat og gisting, verða tit biðin at siga frá í góðari tíð.

Ring á tel. 327060 / 527060 ella á [email protected]. Í summarhálvuni er avbera vakra Kunningarstovan opin hvønn dag frá 10 – 17.

tænastur í nólsoy

Matvørubúðin (tel. 327150)

Matvørubúðin selur allar vanligar gerandisvørur.Gjaldast kann við øllum gjaldskortum.

opið er soleiðis:

Summarhálva (15. mai–14. sept.)

Mánadag–fríggjadag kl. 9.30–17.30

Leygardag kl. 9.00–12.00

Vetrarhálva (15. sept.–14. mei):

mánadag–fríggjadag kl. 9.30–14.00 og 16.00–17.30

Leygardag kl. 9.00–12.00

Posthús

Posthús er í Matvørubúðini, tað er opið mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 11.00–12.00.

Pakkhúsið

Pakkhúsið selur ymiska heimavirkaða vøru. Í tíðar skeiðinum frá 15. mai til 15. september er opið gerandisdagar millum klokkan 13.30–16.30 og leygardag kl. 11.00–14.00.

Kaffistovan (tel. 327175/327025)

Kaffistovan selur ymiskan mat og drekka, og hevur skeinkiloyvi. Tey bjóða eisini gestum sínum uppá WiFi.

Kaffistovan selur eisini ymiskt góðgæti og er opin soleiðis:

Sunnudag–hósdag 17.00–23.30

Fríggjadag–leygardag 17.00–2.00

sjálvtøka

Tíverri er eingin sjálvtøka í Nólsoy men matvørubúðin, kaffistovan og kunningarstovan taka øll í mótir øllum gjaldskortum