verkstova á gjaldstovuni 21 feb. 2017 · søgan hjá heldini 2015 •mai: forkanning...

36
Verkstova á Gjaldstovuni 21 feb. 2017

Upload: ngodang

Post on 10-Mar-2019

215 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Verkstova á Gjaldstovuni21 feb. 2017

Talgildu Føroya

Lýsing av Heldini

Søgan hjá Heldini

2015

•Mai: Forkanning arkitektur/grundata

•Juni: Val av skipan – sentral/desentral

•November: Uppseting av testskipan

2016

•Februar: Fyrstu test-luttakarar

•Mai: Project of the Year í Tallin, Estlandi

•Juni: Rakstrarskipanin klár

•Oktober: Rundskrivið sent út og alment tikin í nýtslu

•November: Fyrstu tilmeldingarnar

2017•BSL, LS, 3V, HR í rakstur

•Flyta frá LFY yvir á fólk

Hugtøk í Heldini

VevtænastaFyri at allir dátugrunnarnir skulu kunna dátusamskifta, er neyðugt við einari vevtænastu, sum kann knýtast upp í Heldina.LuttakariEin luttakari er ein myndugleiki, virki ella felag, sum hevur knýtt eina ella fleiri KT skipanir í Heldina, fyri at kunna fáa og lata upplýsingar millum aðrar luttakarar. Luttakari er felagsheiti fyri vevtænastuveitarar og vevtænastubrúkarar.VevtænastuveitariTá ein luttakari eigur eina vevtænastu, sum umsitur dátur sum aðrir myndugleikar kunnu umbiðja, verður hann umrøddur vevtænastuveitari. VevtænastubrúkariTá ein luttakari hevur eina skipan, sum kallar eina vevtænastu hjá einum vevtænastuveitara, verður hann umrøddur vevtænastubrúkari.HeldábyrgdariEin av stjóranum útnevndur persónur, ið hevur heimild at handla vegna luttakaran.

http://www.talgildu.fo/http://spyr.talgildu.fo/https://heldin.fo/

Lóggávan• Løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit, sum seinast

broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 6. mai 2011

• Upplýsingar kunnu latast øðrum almennum myndugleika eftir reglunum í lóg um viðgerð av persónsupplýsingum (§ 28)

• Ein almennur myndugleiki kann, tá ið myndugleikin hevur fyri neyðini at fáa upplýsingar úr FOLK, útvega sær hesar upplýsingar (§ 29)

• Ein myndugleiki kann bara lata upplýsingar, undir hesum vard nøvn og bústaðir, fingnar eftir §§ 28-30 víðari til aðrar almennar myndugleikar ella privat, tá ið hetta er heimilað í lóg, ella tá ið HIMR hevur givið loyvi til tess (§ 31)

Sáttmálan við US

• Samskiftið fer fram umvegis Heldina

• Møguleika fyri at fáa upplýsingar um ein størri avmarkaðan bólk av persónum (viðskiftafólkini hjá databrúkaranum)

• Upplýsingarnar skulu ikki fevna um fleiri persónar ella fleiri upplýsingar um persónarnar, enn neyðugt er í mun til ítøkiligu uppgávuna

Ábyrgdin hjá databrúkaranum

• Upplýsingarnar verða einans nýttar at dagføra ella eftirkanna persónsdátuyvirlitið hjá databrúkaranum.

• Upplýsingarnar verða ikki latnar víðari • Upplýsingarnar verða viðgjørdar sbrt. trygdarreglunum

í persónupplýsingarlógini• Einans starvsfólk sum hava heimild til tess, kunnu sláa

upp og/ella heinta upplýsingarnar • Upplýsingarnar verða ikki misnýttar• Starvsfólk hava einans atgongt til upplýsingar, sum tey

fakliga (sakliga) hava tørv á fyri at kunna útinna arbeiðið sítt

P-talið

• Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingarum persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar uttan krav um serstaka lógarheimild ella krav um nágreiniligt samtykki frá tí skrásetta.

• Samsvar er millum umsitingina av lóg um fólkayvirlit og persónsupplýsingarlógini viðvíkjandi p-talinum.

Vevtænastan

• Simpla vevtænastan er klár og útstillað umvegis Heldina

• Víðkaða vevtænastan er undir menning

Samskiftið umvegis Heldina

• Øll telduútgerð, programmering, samanbinding, rakstrarútreiðslur o.a.t. í sambandi við menning og uppseting av webservice og security servara er Umhvørvisstovuni óviðkomandi.

• Fyribils atgongd til testumhvørvið hjá Landsfólka-yvirlitinum kann um neyðugt stovnast í sambandi við menningina av webservice.

• Databrúkarin avgreiðir krøv, ið Heldin setir í sambandi við samskifti umvegis Heldina beinleiðis við Heldini/Gjaldstovuni.

FOLK Vevtænastan

Yvirlit

FOLK

Frágreiðing

Millumambætari• Umseta WSDL (vevtænastulýsing), soleiðis at tað kann nýtast á Heldini• Evt. klárger av dáta

Trygdarambætari• Trygt samskifti millum vevtænastuveitara og –brúkara• Stýra atgongd á ambætara støði

FOLK trygdarambætari

Vevtænastur

• Login

• GetCommunityPeopleIds

• GetPeoplePublicInfo

• Víðka vevtænasta (ávegis)

Vevtænastur

Login

• Brúkari skal stovnast í FOLK skipanini

• Umsøkn sendast til Umhvørvisstovuni

• Innrita við brúkara:loyniorð

• Returnerar token til víðari brúk

Vevtænastur

GetCommunityPeopleIds

• Møguligt at spyrja eftir broytingum í einum ávísum tíðarskeiði

• Returnerar lista av PublicId

Vevtænastur

GetPeoplePublicInfo

• Tekur ein lista av t.d. PublicId sum parametur

• Returnerar upplýsingar um persónar, t.d. navn og bústað

Vevtænastur

Svar, GetPeoplePublicInfo

Brúkarastýring

Loyvir, dømi

Knýti í Heldina

Tilgongd

HELDIN - Hvar kemur navnið frá?

Upprunin til orðiðEin held er ein klingra av veðrahorni ella viði, ið frá gamlari tíð hevur verið brúkt at bera hoyggj. Reip verða knýtt í heldina og bundin um byrðuna, sum soleiðis hongur saman. Við eini held ber til at bera meiri.

Tilgongdin at knýta í Heldina

• Formlig viðurskifti við US – Sáttmáli

• Formlig viðurskifti TF - SLA og Heldarábyrgdara

• Uppseta Trygdarambætara til testumhvørvið

• Senda umsókn um knýti í testumhvørvið á Heldina (Vevtænastubrúkari) og “cert req” til Heldardepilin

Navnastandardurin

Vevtænastuveitari (producer)

Vevtænastubrúkari (consumer)

dmz-folk-v1

Tilgongdin at knýta í Heldina

• Testa sambandið millum FOLK test og móttakandi skipan (vevtænastuna)

• Uppseta trygdarambætara til rakstrarumhvørvið

• Senda umsókn um knýti í rakstrarumhvørvið á Heldina (Vevtænastubrúkari) og “cert req” til Heldardepilin

• Testa sambandi millum FOLK og móttakandi skipan (vevtænastuna)

• Formlig viðurskifti við US – Sáttmáli • Formlig viðurskifti TF - SLA og Heldarábyrgdara• Uppseta Trygdarambætara til testumhvørvið• Senda umsókn um knýti í testumhvørvið á Heldina

(Vevtænastubrúkari) og “cert req” til Heldardepilin

Skjøl₋ SLA – Sáttmáli um Tænastu stig millum Luttakaran (stjóra) og Gjaldstovuna₋ Heldarábyrgdari (stjóri útpeikar ábyrgdara)₋ Umsókn um vevtænastubrúkara (dataflokking)₋ Umsókn um vevtænstuveitara₋ Avtala millum luttakara (ikki ábyrgd hjá Heldarumsitinigini)

Resursur₋ Vegleiðingar www.talgildu.fo₋ Heldarumsitingarskipanin www.heildin.fo

Trygdarambætarin

https://prezi.com/bhubb4avmnmo/heldardepilin/Sí framløguna her:

Fleiri vevtænastur

• Knýti millum 360 og FOLK

• Lønarskipanina hjá BSL

• Debitorskipanin hjá BSL