bette og handilin á høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · júst hesin handilin lat upp...
TRANSCRIPT
1
Bette og handilin á Høvdanum
Cathrine Elisabeth Andreasen, Bette á
Høvdanum, fødd 21. mars í 1909, situr við
kassan í handlinum. Bygdarfólkið rópa henda
handilin ofta ,,á Høvdanum” ella at tey fara
oman ,,til Bette” at keypa.
Hon er tiltikin bersøgin, men hon styggir
ongan frá sær kortini. Øll kenna Bette og tey
flestu dáma hennara viðmerkingar, sum
smella sum koyrlasløg. Hon er ófør at rokna í
høvdinum og so skrivar hon so avbera vakurt.
Júst hesin handilin lat upp í 1972, men
Høvdahandilin er so nógv eldri enn so.
Søgan byrjar norðuri í Klaksvík.
Í 1856 kemur fríhandilin. Tíðin hjá tí
kongaliga einahandlinum er av. Hvør maður,
sum er fyltur 25 ár og ikki hevur nakað ringt
orð á sær, kann nú fáa sær egnan handil og
teir gomlu kongaligu úthandlarnir verða seldir
á uppboði.
Í Klaksvík er væl av fólki komið saman
henda dagin, 15. mai í 1856. Øll ognin hjá
Kongaliga Handlinum her norðuri skal
seljast. Spennandi fer at vera, hvør fær hana,
tí fleiri eru um boðið.
Sjálvur amtmaðurin Dahlerup er komin
norður at vera hjástaddur.
Hetta er sami ráðaríki Dahlerup, sum
kemur sær upp í eitt eljustríð við
løgtingsmenn og próstin í løgtinginum.
Amtmaðurin er fastur løgtingsformaður.
Vit síggja (frá vinstru) systrarnar Salomu, Sannu og Bette
2
Joen Olavus Andreasen Jógvan á Høvdanum átti 2. beiggjar og 3. systrar: Karl, giftist til Klaksvíkar við Hildu.
Andrias, giftist við Andreu úti í Lág. Tey búðu á Flatu-
trøð.
Karin, giftist við Palla inni í Bø.
Andrea, giftist til Eiðis.
Suffia, giftist við Andriasi uppi í Króki.
Jógvan Andreasen giftist við Helenu úti á Trøð
Tey fingu børnini:
Símun (doyði sum lítil).
Símun (doyði somuleiðis sum lítil).
Christian (Gigga), giftist við Fridu av Toftum, sum var
dóttir Jógvan í Norði.
Bette, ógift.
Luffa, fór til Klaksvíkar og giftist við Peturi Hans
Samson.
Sanna, giftist við Joen Carl Danielsen, sonur Andrias
Danielsen. Hann doyði á útróðri 21. nov. 1939, tá einasta
dóttirin, Jóhanna, var ein mánaða gomul.
Saloma, giftist við Poul Johannes Thomsen í Geilini.
Petra, ógift.
Kelda: Jana í Garði
12 løgtingsmenn við Hans David Matras á
odda klaga amtmannin í 1860, og fáa viðhald
niðri í Løgmálaráðnum.
Dahlerup verður fluttur úr Føroyum árið
eftir.
Fyrsti fólkatingsmaðurin í Føroyum, Niels
Winther, skrivar um vanvirðingini hjá
Dahlerup fyri løgtinginum m.a.: ,,...hvorledes amtmanden idelig blander sig i diskussionen, at han stadig taler siddende fra sit formands- sæde, medens de andre medlemmer rejser sig op, når de har ordet, at han fløjter ad de medlemmer, hvis taler han ikke ynder ...”
Spurningurin er, um hann hevði havt
dirvið til hatta, um Bette á Høvdanum hevði
sitið niðri í tingsalinum.
Tá hamarin fellur norðuri í Klaksvík, hevur
E. E. Meyer hægsta boð. Hann fær samlaðu
ognirnar fyri 6.210 ríkisdálar, men hann
keypir tær ikki til sín sjálvs.
Hann hevur fulltrú at keypa frá
,,tobaksfabrikant” Jørgen Peter Herman Bech
í Keypmannahavn.
Einahandilstíðin er av og strandingar liggja
ikki á boðunum.
Longu 16. mars í 1857 fær Johannes Pauli
Johansen, husmand på Strænder, handilsloyvi
og árið eftir, 19. febr. í 1858, fær Andreas
Berthelsen, husmand på Strænder, eisini
handilsloyvi.
Skjótt koma aðrir teimum á baki.
Nógvir úthandlar koma eisini á Strondum,
m.a. teir hjá A. W. Skibsted, M. C. Restorff,
J. P. Evensen & Søn og Thomsen á Tvøroyri.
Christian Andreasen, Gigga
Hurðin verður latin upp í handlinum á Høvdanum og tveir mans trína inn. ,,So, nú eru hasir ... agentarnir aftur. Eg orki ikki fyri teimum!” Bette fer afturum við agentunum, har kaffikannan stendur. Tey hugna sær óført.
Umleið ár 1870 fær handilsvirkið hjá
,,tobaksfabrikant” Jørgen Bech, sum nú eitur
Jørgen Bech & Sønner, sær ein úthandil á
Strondum.
3
Kunoyingurin, Símun Andreasen, verður
settur at stýra honum fyri 600 krónur um
árið.
Kona hansara verður rópt Lisbetta.
Tey vaska fisk á Høvdanum
Niðri á Høvdanum hava tey eitt bókasavn -
tað fyrsta á Strondum.
Listar t.d. Indbetalt for bøger, Modtaget bøger og Tilbageleverede bøger eru til skjals
enn.
Bæði fólk á Strondum, á Skála og á
Selatrað lána bøkur frá Símuni á Høvdanum.
Bøkurnar eru t.d. Alvor og Gammen, Pigen fra Norge, Peder Syv, Valdemar den Store, Martin Luther og fleiri aðrar.
Millum teirra, sum síggjast at hava lánt
bøkur haðani, eru Petrina Johannesen,
mamma Jógvan á Grund, og Skála-Magnus.
Sonur Símun og Lisbettu, Jógvan,
yvirtekur handilin í 1900 og løn hansara er
1000 krónur um árið.
Tá Jørgen Bech & Sønner gevast við
handlinum í 1912, keypir Jógvan handilin fyri
4000 krónur.
Gamli úthandilin á Høvdanum er nú
vorðin til eina stóru handilsfyritøku á
Strondum.
Ein annar sonur Símun, Karl, giftist norður
til Klaksvíkar. Hann og Jógvan keypa saman
við Kjølbro kendu sluppina ,,John Bull” í
1914, sum so nógvir strandingar hava verið
við. Henni eiga teir helvtina av, til beiggi
Kjølbro, Dávur í Gerðum, keypir teirra part í
1921.
,,Eg oman í pensionistahúsið? Har eru bara gamalt fólk. Hvat skal eg gera millum gamalt fólk?” spyr Bette eitt sindur hvattliga. Hon er tá farin langt um tey 80.
Tað er rættiliga nógv virksemi niðri á
Høvdanum og í Heygsstøð síðst í 1800-
talinum og langt inn í 1900-talið.
Handlarnir, tann á Høvdanum og tann hjá
Hans Jacob Johansen, skiftast annanhvønn
dag um at taka ímóti útróðrarfiski.
Hans Jacob Johansen handlar fyrst fyri J. P.
Evensen, men tekur so yvir sjálvur.
Hesin Hans J. Johansen er eisini bræv-
samlari.
Postur og posthús á Strondum Strendur var millum tær bygdir, sum fingu brævstøð
tann 1. juli 1903, men brævstøðin var niðurløgd aftur í
1908.
Ì tíðarskeiðnum frá 1908 til 1918 var ein
postskiftisstøð á Strondum. Tað var Magnus Christian-
sen, Skála-Magnus, sum hevði postin um hendi tá. Hann
hevði postavgreiðsluna heimi á Langanesi í teimum
húsunum, sum standa uppi enn.
Brævstøðin varð latin uppaftur tann 1. oktober 1918
og tá gjørdist Hans Jacob Johansen brævsamlari.
Brævstøðin var í krambúðini hjá Hans Jacobi Poulsen.
Krambúðin hjá honum stóð niðri í Heygsstøð.
Fyrsti brævsamlari var annars Joen Poulsen, lærari,
ættaður úr Svínáum.
Eftir ein eldsbruna í 1932 flutti brævstøðin inn í eitt
annað hús hjá Hans Jacobi. Talan er um núverandi
havnarskristovuna á Strondum. Her var posthúsið frá 4.
februar í 1932 til 30. juni 1967.
Kelda: Vilhelm Johannesen, Sune Jacobsen
Klippfiskur verður turkaður úti á stórum
fiskastykkjum.
Teir inni á Sjóvarhøvda turka sín fisk á
klettunum har í nánd og Andrias Danielsen á
Fløtunum turkar sín fisk vestanfyri á
Mógvaboða.
4
Umleið 1932 keypir Jógvan á Høvdanum
eitt lendi úti í Tanga at gera sær eitt
fiskastykki á.
Hann keypir tað frá kongsinum fyri 2000
krónur. Pætur í Geilini stendur fyri
arbeiðinum at gera fiskastykkið til.
Fiskurin verður fluttur av Heygsstøð út
hagar við jaktum fram til 1936, tá Gigga
keypir sær sín fyrsta lastbil.
Tá verður fiskurin koyrdur út í Tanga.
Tá kríggið kemur, gevast tey at turka fisk, tí
tá fara skipini at sigla við feskum fiski úr
Íslandi niður til Bretlands.
Í hesum virkna umhvørvið vaksa børnini
hjá Jógvani og Lenu á Høvdanum upp.
Tey eru øll somul sera litríkir persónar við
nøkrum felags lyndiseyðkennum: tey eru
sjálvstøðug, treisk og bersøgin.
Tey eru heldur ikki bangin fyri at royna
okkurt nýtt.
Elsti beiggin, Gigga, er til dømis tann fyrsti,
sum fær sær bil á Strondum.
Jana Poulsen, Jana í Garði, sum starvaðist í
Høvdahandlinum í 34 ár, minnist so týðiliga,
tá hesin lastbilurin hjá Gigga kom í land í
1936.
-Tað var ein hending av teimum heilt stóru í bygdini, tá bilurin hjá Gigga kom. Hann kom við eini jakt ella ferju - hesum bátum, sum førdu fiskin í land av skipum. Har var stór móttøka á Høvdanum.
Har var alt komið, sum krúpa kundi. Báturin legði at við Lágubrúgv og nakrir plankar vórðu lagdir ímillum bátin og brúnna, so bilurin fekst í land. So skuldi bilurin koyra upp gjøgnum nakrar trappur fyri at sleppa upp á vegin. Teir løgdu
okkurt á trapputrinini. Gigga setti seg við róðrið og ein rúgva av monnum trýstu á aftanfyri. Á veg upp sá tað einaferð rættiliga dramatiskt út.
Menninir vóru um at missa takið. Tað var líkt til, at bilurin fór í
knús ella endaði á sjónum. Øll hildu ondini, men tá trýsti Gigga hart á speedaran. Svartur roykur stóð upp gjøgnum skorsteinin og og bilurin skalv. Tað gekk. Teir fingu bilin við nógv stríð niðaná. Vegateinurin var ikki langur at koyra á í 1936. Vegurin inn eftir gekk ikki longur enn til har,
sum Effo-støðin nú liggur, og vesturum gekk hann bert norður móti Kolbeinagjógv.
Jógvan á Høvdanum doyr í 1948 og tá
tekur Bette við handlinum og eisini við
mynstringiniav skipsmanningum, sum pápi
hennara hevði havt undir hond í nógv ár.
Nú pápin er deyður, vísir Bette veruliga
sínar knotur sum vinnurekandi.
Hon fer tá, saman við beiggjanum Gigga,
undir at vaksa um virksemið niðri á Høvda.
Betty og Gigga byggja Turkihúsið á Høvdanum í 1950
Tey byggja eitt stórt turkihús í 1950, sum
tekur ímóti fiski frá trolarum hjá Poul
Lastbilurin hjá Gigga
5
Hansen í Havn, m.a. Stellu Argus, og skipum
hjá J. F. Kjølbro í Klakvík.
Har standa so eini 20-30 fólk, bæði
kvinnur og menn. Tey leggja fiskin á rammur
og seta tær inn í skápini.
Turkihúsið hevur elevator, sum ikki var so
vanligt tá á døgum.
Tá turkihúsið á Skála kemur, dettur
virksemið á Høvdanum so líðandi burtur og í
sekstiárunum er myndin av handilinum
á Høvdanum tann, sum tey flestu um miðjan
aldur og eldri kenna.
Í norðara enda í húsinum niðri á
Høvdanum búleikast Bette, Sanna og Petra
undir somu lon.
Bette og Petra giftust ongantíð, meðan
Sanna var fyri tí vanlagnu at missa mannin
sum nýgift.
Við Lágubrúgv, á sínum fasta plássi, liggur
deksfarið hjá Gigga, Nólsoyar-Páll, altíð væl
málað og væl røkt.
Skuldi tú keypa okkurt í handlinum í
sunnara enda í húsinum niðri á Høvda og
hurðin var læst, mátti tú ganga niður
trappurnar til høgru og upp trappurnar til
vinstru og banka nakrar ferðir uppá.
Løtu seinni kom Cathrine Elisabeth Andreasen, Bette,
út.
Har mátti gevast tol, hana
skundaði eingin undir.
Tú fórt til síðis og fylgdi
andektiga aftan á hesi lítlu,
tignarligu konu yvir í
handilin, sum tá hevði staðið
har í nærum 100 ár.
Betty doyði 22. januar ár
2000, 90 ára gomul. Keldur: Føroyar undir fríum handli, Hans J. Debes: Nú er
tann stundin..., J. P. Joensen: Fiskafólk, J. Símun Hansen: Havið og vit, Oluf Djurhuus:
Samstarv, Kongshavnar Havnastýri 1914-89, Posta: Postsøgan à Strondum, Jana Poulsen, Sune Jacobsen Myndir: Úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy
Bette á Høvdanum sum ung
Hesar ungu strandagenturnar rógva kapp á ólavsøku í 1928 við Fiskedræt