náttúran í føroyum apríl mai · 2015. 11. 3. · fuglar (aves) systematiskt...

31
Náttúran í Føroyum Apríl Mai Í apríl økist talið av fuglunum, ið eru í Føroyum um summarið. Hettar merkist í gerandisdegnum, tí fuglarnir hoyrast. Likkan—saman við tjaldrinum— má vera tann summargesturin, ið hoyrist best. Lendi grønkast og várhagasóljurnar blóma, serliga prýða tær vegjaðarar. Blómandi summardáin gerst meir vanligur og bløðini á fleiri plantum, ið blóma seinri kennast aftur.

Upload: others

Post on 17-Oct-2020

0 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Náttúran í Føroyum Apríl Mai

Í apríl økist talið av fuglunum, ið eru í Føroyum um summarið. Hettar merkist í gerandisdegnum, tí fuglarnir hoyrast. Likkan—saman við tjaldrinum—má vera tann summargesturin, ið hoyrist best. Lendi grønkast og várhagasóljurnar blóma, serliga prýða tær vegjaðarar. Blómandi summardáin gerst meir vanligur og bløðini á fleiri plantum, ið blóma seinri kennast aftur.

Page 2: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Orð: Mikkjal D. á Ryggi. Lag: Kom frem i denne tid.

“Her byggir lundin lond Og havhestur og ryta

Og dúgvan; dygst við strond Reyðføttir teistar tita; Her lomvigan so tøtt Fer ruggandi um rók, Og álkan bringubrøtt Sær ytstu upsu tók.”

Apríl í meðal í Tórshavn:

Apríl MaiApríl Mai Ynskið við hesum síðum er at vísa á hvussu og hvar ein kann møta ymiskum plantum og djórum í apríl og mai. Djór og plantur verða lýst við myndum og teksti. Ynskið er, at tekstirnir og myndirnar ríka okkara vitan um og fatan av náttúruni. Ynskið er eisini, at innihaldið elvir til umhugsni og at stovnar og skúlar kunnu nýta hettar tilfar í samband við undirvísing. Bæði føroysk og latínsk heiti verða nýtt. Latínska heitið gevur møguleika til at leita á alnótini eftir meira kunning um ymisku verurnar. Tá víst verður til hvar ein mynd er tikin, er hettar fyri at skapa eina kenslu av, at ymisku verurnar eiga pláss í øllum Føroyum. Myndirnar skjalprógva eisini, at lívfrøðiligt margfeldi finst um allar Føroyar.

Síðurnar eru býttar upp eftir slag av lendi; hettar ger nýtsluna av tilfarinum meir nýtiliga. Tí um ein vil vitja fjøruna, so kann ein skriva út einstakar síður, ið snúgva seg um náttúruna har, og goyma tilfar um náttúruna í haganum til ein annan dag.

Rithøvundar og ábyrgd: William Simonsen Herborg Nyholm Debess Cand.scient. Lívfrøði Sustainable Environmental management [email protected] [email protected]

Hiti °C í meðal

Avfall mm /dag.

Sóltímr /dag

Mesti vindur m/s

2007 6,9 4,4 3,9 30

2009 7,3 3,5 3,5 24

2012 4,1 2,9 3,7 24

2013 4,4 4,7 5,3 25

2014 6,6 4,4 2,7 26

Page 3: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Blómuplantur (Plantae), umboða flestu av teim plantum, ið vit kenna sum t.d. sóljur, grøs, nálatrø og hømiliur. Her liggur fræið í eini egglegu. Blómusáð (pollen) skal til fyri at gita fræið. Blómusáðið kann verða borið til eggleguna við vindi ella t.d. skordjórum. Tá so fræið er gitið búnast fræið og kann vaksa upp til eina plantu

Tarar (brúnir-, reyðir-, og grønir tarar)

Skónir (Lichens) eru samansettar verur. Tær eu gjørdar av soppum og algum/cyanobakterium, ið liva saman.

Mosar (Plantae) gera grókorn líka sum javnar, bjølluvísur og trøllakampar. Hjá mosum eru tað kall– og kvennplanturnar í serliga vevnaðinum, ið eru grønu planturnar vit síggja.

Javnar, bjølluvísur og trøllakampar eru plantur (Plantae), ið vit nevna leggstreingjagróplantur. Hesar vórðu til áðrenn flestu plantur sum vit kenna í dag t.d. summardáar, sóljur og pílatrø. Tey nørast ikki sum flestu plantur við fræi og gera ikki blómur. Leggstreingjagróplantur gera grókorn, ið vaksa upp til kall- og kvennplantur, í einum serligum vevnaði. Hesin vevnaður framleiðir egg og sáðkyknur. Sáðið svimur til sáðkyknuna og gitingin fer fram. Burtur úr gitingini kemur ein gróðurliður. Gróðurliðurin er tað sum vit kenna sum trøllakampurin, javnin og bjølluvísan. Hesi gera grókornini.

Lindjór, krabbadjór, skordjór, spunarar verða bólkað undir tað ið verður nevnt ryggleys djór (Invertebrates). Eitt sereyðkenni fyri hesi djór er, at tey ikki hava ryggjabein/geiðslar, harav navnið ryggleys djór.

Lindjór (Mollusca) eru t.d. gággur og øður.

Krabbadjór (Crustacea) eru t.d. krabbar, hummarar, marflugur og grátt undir steini.

Skordjór (Insecta) og Spunarar (Arachnida) Fuglur verður roknaður uppí ryggdjórini. Fuglur hevur ryggjageiðslar, ið er eitt av høvuðseyðkennunum fyri ryggdjór.

Fuglar (Aves)

Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein bólk av verum t.d. plantur, skordjór og fuglar. Tíðum verða ymisk frøðilig heiti t.d. ætt (familia) og slekt (genus) nýtt í tekstinum, hettar er ætlað sum víðari lýsing av verunum og gevur eisini møguleika at síggja verurnar í einum høpi.

Um eingin myndatakari er nevndur er tað rithøvundarnir, ið eiga myndirnar. Mynd av lomvigareggi á permuni: Didier Descouens.

Mai í meðal í Tórshavn:

Hiti oC Í meðal

Avfall mm/ dag

Sóltímar /dag

Mesti vindur m/s

2007 6,6 1,3 5,3 18

2009 8,4 2.8 5,6 28

2012 6,0 1,3 6,7 24

2013 6,9 2,2 5,7 25

2014 7,5 2,6 4,4 26

Page 4: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai í fjøruni

Úm summarmála verða færri flokkar av tjøldrum Haematopus ostralegus í fjøruni. Tey síggjast meir tvey og tvey saman. Tað er tí tjøldrini byrja at reiðrast. Mynd: Jens Jákup.

Á myndini sæst tjaldursgrælingur Arenaria interpres, ið er farin í summarbúna. Eyðkent við summar -búnanum eru hvítu og svørtu litirnir á høvdinum og ljósaru brúnu litirnir á bakinum. Teir leita sær longur norðureftir um summarið at reiðrast. Mynd: R. á Kelduni.

Grágrælingur Calidris maritima. Fleiri síggjast um várið, tá teir eru á veg longur norð, men grágrælingur sæst eisini um veturin. Nøkur fá pør eiga í Føroyum. Mynd: R. Á Kelduni.

Íslandsgrælingur Calidris canutus í reyða summarbúnanum. Íslandsgrælingur eigur ikki í Føroyum, men sæst hvørt ár, serliga í flytitíðini. Mynd: D. Daniels. Sanddunnuber Honckenya peploides. Havn 2013

Vanligt í fjøruni er mjátt sjógras Armeria maritima og mosi á hellu og steinum. Hvannasund 2013.

Vøksturin, ið klárar seg í fjøruni er farin at grønkast og vaksa. Mosin er tó grønur og vakur alt árið.

Page 5: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai í fjøruni

Bróskutur kambstari Plocamium cartilagineum . Teinaður fjøðurtari Ptilota gunneri.

Bløðrutur skúvtari Fucus vesiculosus.

Blaðslýggj Ulva lactuca.

Fucus evanescens, føroyskt heiti manglar.

Tonglatarablaðið Laminaria hyperborea.

Hólputur bólatari Ascophyllum nodosum.

Ein kann fara at hyggja at tara alt árið, men tað kann vera ymiskt hvørji sløg eru frammi ymisku árstíðirnar. Náttúrugripasavnið hevur latið gera plakat við myndum og heitum á tarasløgum í Føroyum. Eisini er gjørt laminerað ark av plakatini, ið er egnað at hava við sær í fjøruna.

Page 6: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai í fjøruni

Nógvastaðni í helluni eru hyljar har vatn og sjógvur savnast—feskt vatn rennur eisini . Hettar skapar lívilíkindi fyri tara sum slíleggi og øðrum algum. Hettar ger at smádjór trívast har, ið so aftur ger ,at kombikk kunnu liva í hyljunum.

Leggslýggj Ulva intestinalis tann tarin, ið fyri tað mesta litar hyljar grønar

Lækneirisgras Cochlearia officinalis Havn 2013.

Fjørurímbløðka Atriplex glabriuscula hoyrir til rímbløðkuættina Chenopodiaceae. Tey finnast millum steinar og grót og tola væl skerping og salt.

Likka Larus fuscus. 6 apríl er dagurin likkan sigst koma til Føroyar. Mynd: RAK.

Tað krevur sítt at vaksa í fjøruni, um tað so er á hellu, millum grót og steinar ella í sandi. Vøksturin má tola saltið frá sjórokinum, og afturat hesum ávirkar sjógvurin hitan, so tað aldrin verður so heitt sum t.d. í bønum. Tí mugu plantur og skónir, ið liva í fjøruni tola nógv. Hettar ger, at færri plantusløg liva í fjøruni enn í bøi og haga. Men í fjøruni finnur tú sløg ein vanliga ikki finnur í bønum. Eisini eru serstakliga nógvar skónir í fjøruni, bæði í tali og sløgum (fokus á skónir kemur aðrastaðni). Ein kann síggja djór og tarar, ið eru tengd at sjónum. Flóð og fjøru hevur stóra ávirkan á hvat ein sær. Nógvur fuglur nýtir fjøruna til at finna føði í ella til hvíld. Tilsamans er nógv ymiskt livandi í fjøruni. Fjøran er mark millum bøin/hagan og sjógvin, tí hevur fjøran og økið framvið stórt lívfrøðiligt margfeldi. Klettagreinaskón Ramalina siliquosa.

Page 7: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai fram við landi

Um tú gongur ein túr um miðjan mai er sannlíkt at tú hoyrir kri kri láti frá ternuni. Hon er komin langa leið frá høvunum kring suðurpólin at reiðrast í Føroyum. Ternan er har suðuri meðan tað vetur her á norðaru hálvu og summar á sunnaru hálvu. Evnini at flúgva, at flúgva langt og leingi eru væl ment, tí ber til hjá ternuni at nýta so fjarstaddar leiðir til vetrar- og summarvistu. At eygleiða ein flytifugl, lærir okkum, at tað eru ikki øll, ið hoyra heima innan ávís landamørk. Eisini lærir hettar okkum at fuglar, ið føroyingar meta sum sínar, eisini kunnu verða mettir sum sínir av øðrum fólkasløgum. Ternur hava reiður í bølum; um tú nærkast hesum bølum so vilja ternurnar stoyta seg eftir tær fyri at styggja teg burtur. Hettar er fyri at verja ungarnar - tí møguliga ætlar tú at ræna egg ella ungar.

Reyðu økini á myndini er har ternan reiðrast um summarið. Bláu økini eru har vetrarvistin hjá ternuni er. Grønu pílarnir vísa ferðingina hjá ternuni. Mynd: A. Trepte.

Ternur makast. Mynd: R. á Kelduni.

Ternan kemur til Føroyar í mai. Halvarðsøka 15 mai sigst vera dagurin hon kemur til landi. Um 7000 pør verða mett eiga í Føroyum.

Terna Sterna paradisaea. Størra myndin vísir ternu sum hon ofta sæst um summari verjandi sínar pisur. Mynd: OddurBen. Minna myndin, terna á flogi. Mynd: M. Thyssen.

Page 8: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai Másafuglar

Bútíðin nærkast og másafuglarnir eru í summarbúna. Tað kann vera ein avbjóðing at læra seg at síggja mun á teimum. Her eru nøkur eyðkenni ein kann nýta fyri at kenna mun. Likka líkist svartbaki, men likka er minni og ljósari, eisini eru beinini hjá likku gul, meðan beinini hjá svartbaki eru kám. Fiskimási hevur ljóst gráan rygg og ikki so gul bein sum likka. Skatumási hevur eisini ljósan rygg, men er nógv minni, mjáari og hevur minni nev enn fiskimási. Fransaterna hevur reyð bein og svart høvd (um summari). Ritan hevur svørt bein og ikki hvíta blett uttast á veingjunum, sum másafuglar annars hava..

Likka Larus fuscus. Mynd: R. Á Kelduni

Fiskimási Larus argentatus. Mynd: R. Á Kelduni

Svartbakur Larus marinus. Mynd: R. Á Kelduni

Skatumási Larus canus. Mynd: A. Trepte

Rita Rissa tridactyla. Mynd: J. Hempel

Fransaterna Larus ridibundus. Mynd: H. Hillewaert

Page 9: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Í Føroyum hevur súlan inntil fyri hálvari øld síðan bert reiðrast á Mykineshólmi og drangunum uttanfyri. Men nøkur fá pør eisini á oynni Mykinesi. Súlur eru eyðkendar við sínum hvíta búna og svørtu veingjaroddum. Tað ganga 4—5 ár áðrenn súlurnar hava vaksna búnan. Búnin hjá teimum ungu er meir sprøklutur. Tað finnast 9 sløg av súlum í heiminum. Bert eitt slag reiðrast her og tað er súlan Sula bassana. Her í juni eru ungar umleið 1 mánað gamlir.

Apríl Mai fram við landi

Lomviga Uria aalge. Lomviga reiðrast á rókum í bjørgunum. Lomvigan uttast til høgru verður nevnd brillulomviga orsakað av hvítu strikuni við eygað. Lomvigan við síðuna av brillul-omviganum er ein íslandslomvigi Uria lomvia, eyðkent er t.d. hvít rípa á nevinum. Mynd: Boaworm.

Súla Sula bassana. Mynd: Andreas Trepte.

Á myndini síggjast álkur Alca torda, skarvur Phalacrocorax aristotelis og lomviga. Álkan kann minna um lomviga, men hevur t.d. breiðari nev og hvíta rípu frá eyganum og frammeftir. Mynd: J. Hempel.

Page 10: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai fram við landi

Lundi Fratercula arctica sigst koma undir land 14 apríl og fara í lundalandi 27 apríl. Mynd: E. Christensen.

Bakgrundsmyndin er frá lundalandinum Byrgisbakki í Skúvoy. Seint í apríl verður lív í lundalandinum aftur. Tílík økir eru eisini mangan rík uppá annað djóralív enn lundar. Ein orsøk til hettar er, at lundin taðar lendið við skarninum. Hettar kann hava við sær øktan plantuvøkstur og stórt margfeldi av skordjórum, spunarum og øðrum ryggleysum djórum; sí dømir á síðuni. Granskarar hava víst, at sjófuglabølir innihalda munandi meir føðsluevni, ið stava úr sjónum enn onnur økir. Hettar merkir, at sjófuglurin førir føðsluevni til økið. Myndin er tikin áðrenn vøksturin er byrjaður.

Svartaklukkan við latínska heitinum Amara aulica er eitt av skordjórunum, ið liva væl í lundalandi. Hesar klukkur liva mest av plantuføði, og finnast tí støðum har føðsluvirði á vøkstrinum er høgt.

Svartaklukkan við latínska heitinum Loricera pilicornis ger sær ivaleyst dælt av teim mongu hoppstertunum, ið liva av margfeldinum millum røturnar, so sum soppar, bakteriur og av rótunum.

Hoppstertur Collembola sp. eru smá djór, ið liva í moldini og hava sera stóran týdning fyri vistskipanina í moldini. Tær niðurbróta lívrunnin evni, eru við til at halda mongdina av soppum í javnvág og eru føði hjá fleiri skordjórum og spunarum.

Feigdarsveimari Apus apus er ikki av vanligu fuglunum, men kann síggjast frá mai út í sept. Teir vera ofta eygleiddir at flúgva framvið fuglabjørgum/lundalondum fyri at fanga smákykt. Mynd: Pau Artigas.

Page 11: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Bjølluvísur. Nakrar av plantum, ið stinga seg upp um várið og sum tykjast vera nakað serligar . Bjølluvísur er ein sera gamal flokkur av plantum, ið eru kendar frá Devontíðini (416—359 mill ár síðan). Her eru blómuplanturnar eru ikki vorðnar til; her bert plantur sum bjølluvísur og trøllakampar.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Bjølluvísur Equisetum sp. Myndirnar eru tiknar í mai 2013 í Hoyvík. Her verða grókornini gjørd.

Page 12: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Bjølluvísa sp. Equisetum sp. Hoyvík mai 2013.

Forvitnisligt er at síggja ymisku trøllakampasløgini koma fram. Vinstrumegin sæst Tyssismánagras Botrychium lunaria Hoyvík 2012. Myndirnar høgrumegin vísa hvussu trøllakampar rulla seg út, Havn 2013

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Mýribjølluvísa Equisetum fluviatile. Suðuroy mai 2011.

Bjølluvísur kunnu vera fleiri saman fram við vegnum og á bønum. Í Føroyum finnast 7 sløg.

Page 13: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Nálatrø Conferopsida Nálatrø er ein flokkur (Classis) av veturgrønum runnum og trøum. Eitt eyðkenni við teimum er bløðini, ið minna um nálir, harav navnið nálatræ. Nálatrøini eru umboðað kring allan heimin. Á teimum hægri breiddarstiginum og upp eftir fjallasíðunum eru skógirnir eyðkendir av nálatrøum. Hetta kemst av at fleiri teirra eru væl lagaði til kulda og minni ljós. Nálatrø kennast frá steinrenningum, ið stava frá seint í koltíðini (359-299 mill ár síðan). Baraldur Juniperus communis hoyrur til baraldsættina (Cupressaceae) og er einasta upprunaliga umboðið fyri flokkin nálatrø í Føroyum. Baraldur var útbreiddur um landið tá landmánsfólk komu til Føroyar. Síðan er útbreiðslan av baraldi minka sera nógv. Orsøkin til minkingina er nýtsla, landbúnaður og broytingar í veðurlagnum. Baraldur er ikki ein vøkstur ein kann vænta at síggja á einum túri í náttúruni. Men Baraldur finnist í støðum í haganum, ikki í rúgvu, men sum smáir plettir. Svínoyggin er tann oyggin í Føroyum har tað er mest til av baraldi. Baraldsættin er mest útbreidda ætt av nálatrøum og er at finna í øllum heimspørtum uttan á Suðurpólinum. Flestu búøkir á landi hava onkur umboð fyri baraldsættina; undantøk eru frostmýrar í arktiskum økjum og tropiskir láglendis regnskógir. Baraldsættin er týdningarmikil partur av tempereraðum regnskógum og á hálendinum í tropunum.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Baraldur Juniperus communis Debesartrøð 16 apríl 2013

Page 14: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga Pílaættin Salicaceae Um ein ynskir at síggja píl, ið veksur natúrliga í Føroyum má ein fara har illa er gongt. Fyrr í tíðini var pílur meir útbreiddur, men vegna m.a. nýtslu av lendinum er pílur nú sjáldsamur. Fýra sløg av píli í Føroyum eru at rokna sum upprunavøkstur. Vanligast er urtapílur Salix herbacea, hesin lítli píluruin er sum so eitt undantak, tí hann er so vanligur. Loðpílur Salix lanata og arktiskur pílur Salix arctica eru sera sjáldsamir og torførir at finna í náttúruni. Annar pílur er pálmapílur Salix phylicifolia. Møguliga hevur pálmapílur verið vanligur í Føroyum upp til 300 m hædd. Tí er ikki óhugsandi at pílurin sum veksur í Traðardali á Sandoy og á nøkrum fjallarókum nær Gøtu í Eysturoy, møguliga er føroyskur upprunavøkstur. Rátt verður til at lata píl í náttúruni fáa frið. Í urtagarðinum á hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð finnast føroyskar plantur, her ber til at síggja píl.

Vanligasti pílurin er urtapílurin, ið veksur bæði ovarlaga og niðarlaga í haganum. Urtapílur er lítil á vøkstri 2- -5 cm høgur og kanska er torført hjá fólki at skilja at hettar er ein runnur. Sjónligasti pílurin man vera pálmapílurin tí hann er plantaður í nógvar urtagarðar, men pálmapílur er sera sjáldsamur í náttúruni. Loðpílur og arktiskur pílur eru at finna í homrum, men eru sera sjáldsamir.

Page 15: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Urtapílur Salix herbacea Sornfelli mai 2011

Pílarnir blóma hesa tíðina og blómingin er sera vøkur, sum sæst á myndunum. Sum nevnt eru pílarnir og baraldurin sera sjáldsamir. Myndin ovast til høgru vísir pil í veksur framvið ánni við Løkin—so trongdur eru pílarnir mangan, teir klára akkurát at ana. Um pílurin vágar sær meir uppá áarbakkan so verður tað eti av seyði.

Loðapílur Salix lanata Debesartrøð apríl.

Pálmapílur Salix phylicifolia við Løkin 2013.

Loðapílur Salix lanata Havn apríl 2013.

Page 16: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Ein áhugaverd planta, ið er vaksin nakað út á várið er nota Urtica dioica. Men nota er eisini egnað sum føði serliga um várið. Nota hoyrir til notuættina Urticaceae. Navni Urticaceae vísir til stingandi hárini, ið henda ætt vanliga hevur á bløðunum. Tað er gott at vita tá ein ferðast í náttúruni. Kirkjubøur 2013.

Hømilia Rumex sp. Hoyvík 2013 Leggsýra Rumex acetosa Sornfelli 2012.

Hundasýra Rumex acetosella Havn 2012.

Nógvar av plantunum hoyrandi til slektina Rumex - sýrur og hømiliur, kunnu nýtast til matna eitt nú í salat. Planturnar hava eisini aðrar eginleikar t.d. kunnu bløðini leggjast móti um ein hevur stungið seg av notu..

Lendið broytist og tað byrjar so smátt at grønkast. Nógvar plantur kunnu kennast aftur á bløðunum og fleiri blóma.

Navnið hundasýra kemur av útsjóndini hjá blaðnum, tí blaðflipparnar minna um hundaoyru.

Page 17: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Vanlig mýrisólja Caltha palustris. Hoyvík 2012. Sóljan er sera vanlig við áarbakkar og í vátum lendi annars.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Kirkjubøsólja Ranunculus ficaria Kirkjubøur 2013.

Eitt tað sjónligasta við mai er, at vanlig mýrisólja blómar. Áir og váttlig lendi litast gul og tað prýðir lendið. Mýrisóljan hoyrir til Ranunculaceae. Navnið Ranunculaceae kemur frá latíni og merkir lítil froskur, orsøkin til navnið er, at flestu innan hesa ættina vaksa í vátligum lendi. Mýrisóljan er tjóðblóma føroyinga. Tað bleiv avgjørt í 2005, tá skipað varð fyri atkvøðugreiðslu um hvør blóma skuldi verða tjóðblóma. Aðrar kendar blómur innan sóljuættina í Føroyum eru t.d. skrið-sólja, svínasólja, kirkjubøsólja, snjósólja og iglasólja.

Kirkjubøsólja Ranunculus ficaria hevur fingið sítt heiti, tí hon er so vanlig í Kirkjubø og ikki aðrastaðni. Tó so, í Tórshavn sæst hon fleiri staðni. Hon er skrásett sum sera sjáldsom. Tað kundi verið áhugavert at funnið útav, hvussu og hvaðani hon er komin og hvussu tað ber til, at hon veksur á so avmarkaðum øki. Hon blómar tíðliga og út í mai mánað.

Page 18: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai í bøi og haga Apríl Mai í bøi og haga

Grágásin Anser anser er seinastu árini vorðin vanlig sjón í Føroyum. Í mai fækkast tær í tali á bønum, tí tær leita sær í hagan at reiðrast.

Spógvi Numenius phaeopus sigst koma til landið 4 mai. Spógvi verpur seinni í mai, og fær vanliga 4 egg.

Lógv Pluvialis apricaria verpur í mai; vanliga 4 egg. Tað tekur um 3 vikur at bøla. Myndin vísir eina bøgu. Myndin av egginum: Didier Descouens.

Tjaldur Haematopus ostralegus, verpur í fyrru helvt av mai. Vanliga verrpur tjaldrið 3 egg. Mynd: J. Haslam.

Fleiri og fleiri blómur eru at síggja. Svínasólja Ranunculus acris og Skriðsólja Ranunculis repens verða nú sjónligari, nakrar blómur eru at síggja í mai og fleiri standa við blómuknubbum- í juni byrjar blómingin veruliga. À myndini sæst eisini støðugblómandi summardái Bellis perennis, ið blómar alt árið, men mest í summarhálvuni. Havn 2012.

Várið er ein serlig tíð hjá flestu fuglum her á leiðum, tí um várið byggja teir sær reiður og fara at verpa. Tí hevur tað týdning at ansa eftir tá ein gongur tú úti í náttúruni, so ein ikki traðkar í eitt reiður og brýtur eggini. Egg eru yvirhøvur gjørd av kálki “calsium carbonat”, tí er standard liturin hjá eggum hvít. Men litevnir eru ofta blanda uppí. Tí hava fleiri egg litir. Hesir litir gera tað torført at síggja eggini - tí eru tey betri goymd. Eisini ger liturin tað møguligt hjá summum fuglum at kenna eggið aftur.

Page 19: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai uppi á fjøllunumApríl Mai uppi á fjøllunum

Læknaeirisgras Cochlearia officinalis ovaru myndirnar eru tiknar í bakkanum í Skúgvi 2013, niðara á Sornfelli 2012. Í bakkanum kann plantan blíva stór, men tá hon veksur í helluni í fjøruni ella í eyri hægsta á fjøllum verður hon ikki so stór. Læknaeirisgras Sornfelli mai 2012.

Klettaskriðublóma Cardaminopsis petraea. Sornfelli 2012. Sum navnið vísir til, so finst plantan ofta á og millum klettar, og í klettarivum. Kann eisini vaksa millum skursl sum á myndini.

Kálspannari Xanthorhoe fluctuata. Mynd: ©entomart

Várspannari Xanthorhoe designata og kálspannari dáma væl plantur av kross-blómuættini Brassicaceae, ið læknaeirisgras og klettaskriðublóma hoyra til. Mynd: Fvlamoen

Á einum túri uppi á fjøllum kann ein møta sama slagi av plantum, sum ein møtir í fjøruni. Hettar eru plantur, ið klára harðbalna veðrið á hesum støðum. T.d. sjórok, kulda, kava, nógv avfall og eisini skerping.

Page 20: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Hjálpirót Debesartrøð 2013

Rósuhjálpirót Rhodiola rosea Debesartrøð 2013. Hjálpirót hoyrir til ættina Crassulaceae. Planturnar í hesi ætt hava sevjumikil bløð, og tola væl skerping.

Stjørnusteinbrot Saxifraga stellaris Hvannasund 2013. Saxifraga er størsta slektin innan ættina.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Bylgjutur karsi Cardamine flexuosa (ætt: krossblómuættin). Størra myndin Óluvugøta 2012, hin Sandá 2011.

Skriðublómumølur Rhigognostis senilella kann síggjast hesa ársins tíð. Mynd: M. Kurtz.

Vælkenda hjálpirótin kemur fram í apríl. Navnið hjálpirót kemur av at plantan hevur verið nýtt móti ymiskum ilskum/sjúkum t.d. móti tunglyndi og máttloysi. Vit vilja tó ikki mæla til at eta hjálpirót uttan, at ein hevur hoyrt seg fyri um hjálpirót sum heilivág t.d. á apotekinum.

Steinbrotsættin Saxifragaceae er soleiðis nevnd, tí planturnar vaksa so væl í klivum í gróti. Latínska heiti Saxifraga merkir steinbrótari.

Page 21: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apríl Mai uppi á fjøllunumApríl Mai uppi á fjøllunum

Blómandi vetrarsteinbrot Saxifraga oppositifolia millum grámosa Racomitrium sp. Sornfelli 2013 Vetrarsteinbrot blómar í apríl og mai. Hon veksur í skurðsli, millum klettar, í homrum og t.d. saman við grámosa sum sæst á myndini. Finst bæði ovarlaga og niðarlaga og er sera vanlig.

Ein stórur grámosablettur er kanska ikki tað, ein ynskir sær mest at síggja, tá ið ein ferðast í haganum: hann tykist ofta taka ræði í økinum og dominera yvir øðrum vøkstri. Tí kann lívfrøðiliga margfeldið á hesum blettum vera fátækt. Men tó so - í øllum livandi býr einhvør vakurleiki. Hyggur ein tættari at smálutunum í mosanum - um ein málber seg skaldsliga - so vísur hann styrki við sínum evnum til at laga seg til umstøðurnar (eins og aðrir mosar). Í turki er hann bæði gráur og turrur. Tá ið tað er vátt í veðrinum, sýgur hann vætu í seg og er vakurt ljóst grønur á at líta. Mosar eru týdningarmiklir tá hugsa verður um framfylging (succesion); hettar merkir, at teir megna at fáa sæti á berligum lendi, og við tíðini skapa betri møguleikar hjá øðrum plantum at vaksa. Fleiri sløg av plantum eru nú eisini at síggja vaksa í grámosanum, eitt nú fleiri sløg innan steinbrótsættina.

Page 22: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Mikilskøra Alchemilla alpina Húsahagi 2013. Plantur í slektini skøra eru lættar at kenna á skørutu bløðunum. Tær blóma seinni við smáum gulum blómum. Á donskum eita skørurnar løvefod.

Urtagardsskøran Alchemilla mollis er innflutt sum prýðisplanta, men vorðin vanlig uttanfyri urtagarðarnar. Havn 2013.

Børkumura Potentilla erecta til vinstru (Gamla Rætt 2013). Høgrumegin spírandi díkimura Potentilla palustris við Toftavatn 2012. Børkumura veksur at kalla allastaðni og fingrutu bløðini eru løtt at kenna. Díkimura er sjáldsom. Báðar hoyra til slektina mura Potentilla. Tær blóma seinni á sumri. Bæði mura og skøra hoyra til rósuættina Rosaceae.

Litingarsortugras Geranium sylvaticum blómar seinni, men vøkru bløðini eru løtt at kenna. Tórshavn 2013. Litingarsortugras hoyrir til Eldurtaættina Geraniaceae. Orðið geranium er úr griskum og merkir trani. Trani hevur langt klænt nev; fræstandurin hjá eldurtunum, ið sæst í juli og aug. líkist hesum nevum. Harav navnið.

Seyðasmæra Trifolium repens Hoyvík 2012. Seyðasmæra blómar seinni, men bløðini kennast lættliga í mai. Heitið trifolium merkir 3 bløð, ið henda planta vanliga hevur. Tað sigst, at um ein finnur seyðasmæru við 4 bløðum, merkir tað eydna, og ein kann fáa eitt ynski uppfylt. Seyðasmæra hoyrir til ertnablómuættina Fabaceae.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Page 23: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Steinstólpan kemur aftur av vetrarvist í Afrika um várið. 15 apríl er dagurin hon sigst koma. Hon er vanlig á víðum lendi, har hon er rættuliga eyðkend á búnanum: Hóast summar- og heystbúnin sum heild er ólíkur, so er velið altíð svart-hvítt. Steinstólpa letur viðhvørt við einum hørðum tjakk – tað ljóðar sum tá ið ein slær tveir steinar ímóti hvørjum øðrum.

Dimm blákolla Viola riviniana Hoyvík 2013. Blómar mai til juli. Ljós blákolla Viola palustris. Sandá Argir 2011. Blómar í mai.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Krýkin fjallasmæra Sibbaldia procumbens Sornfelli 2011. Blómar seinni um summari. Sum navnið sipar til, so er kann ein finna hesa plantu til í fjøllunum.

Steinstólpa Oenanthe oenanthe Syðrugøta 2010. Mynd: K. Thomsen.

Trøllentur Aythya fuligula. Ovast steggi, undir bøga. Mynd: Andreas Trepte. Trøllentur kunnu síggjast stóran part av árinum á vøtnum, tjørnum og á sjónum.

Blákollurnar hoyra til blákolluættina Violaceae. Í Føroyum kenna vit 4 sløg innan blákolluættina. Dimm og ljós blákolla eru tær vit kenna best.

Bløðini á dimmari blákollu eru eggvaksin, meðan bløðini á ljósari eru nýravaksin.

Kertildúnurt Epilobium ciliatum Sandá 2011.Hettar man vera tann sjónligasta av dúnurtaættini Onagraceae í Føroyum. Hon verður sera sjónlig hesa tíðina, men blómar seinni. Sera vanlig í bygdum øki. Mest í veitum og øðrum vátum økjum.

Page 24: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Tásársgeitarkál Aegopodium podagraria hoyrir til skjólurtaættina Umbelliferae. Blómurnar hjá hesi ætt standa í einum skjóli. Hoyvík 2012. Tær blóma seinni.

Leyvið hjá tásársgeitarkáli Aegopodium podagraria sæst longu nú breiða seg. Hendan plantan er vanligt lok í urtagørðum, men er eisini vilst útum. Jarðleggirnir eru sera langir, so væl ber til hjá geitarkálinum at økja sítt vakstrarøki og torført er at sleppa av við hana – um ein vil tað. Leyvið hevur verið brúkt til millum nógv annað at hjálpa uppá gikt og leyst lív. Harafturat kann plantan nýtast sum grøn føði og sum ískoyti til vørur, ið skulu anga.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Bollar við geitarkáli (12 til 15 stk.) Geitarkál kann brúkast til matna heldur enn bert at illneitast inn á ókrútið. Plantan er sera væl egnað í salatum og t.d. í grønmetistertum. Somuleiðis egnar tað seg sera væl í breyði sum eitt eyka krydd. Áðrenn geitarkál verður brúkt, skal tað skoldast í ílati, sum ikki er úr plastikki. Og ein má onkursvegna tryggja sær, at talan veruliga er um geitarkál. Uml. 450 gram hveitimjøl 2,5 dl av mjólk 50 gram av geri 5 ssk olivenolja 2 tsk av salti 1 stóran neva av geitarkáli Geitarkálið verður hakkað fínt og elt inn í deiggi—annars verða bollarnir eltir og bakaðir sum einhvør annar bolli.

Page 25: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Hvonn (nevnd heima- ella bjargahvonn) Angelica archangelica Sandá 2011. Ein munur á hvonn og sløkju er, at endablaðið hjá hvonn er 3-flipput meðan endablaðið hjá sløkju er meir heilt.

Lundararmingi Lysimachia nemorum Toftavatn 2011. Hettar er ein sjáldsom planta í Føroyum. Um ein hevur sæð hana áður, so ber væl til at kenna snøggu og spísku bløðini aftur. Hoyrir til fransagrasættina Primulaceae, og blómar í juli.

Tríblaðað bukkablað Menyanthes trifoliata Fjallavatn 2012. Henda planta hoyrir til bukkablaðsættina Menyanthaceae, ið eru vatnplantur við 3 fingrutum bløðum. Ein byrjar at hóma trífingraðu bløðini hesa tíðina. Blómingin er seinni. Tríblaðað bukkablað er mett sjáldsom í Føroyum, men kann finnast í ymiskum tjørnum og vøtnum.

Mýrisnípan Gallinago gallinago sigst koma til landi 13 apríl. Men fleiri eru her um veturin. Mýrisnípan er sermerkt til útsjóndar – mestsum eitt bland av heiðafuglunum. Hon er eitt vet størri enn ein miðal stari, men bæði høvur, kroppur og bein eru sera førlig og nevið er óvanliga langt. Mýrisnípan fjalir seg viðhvørt í síðum grasi og støkkur knappliga upp, um eitthvørt kemur ov nær. Flogið er flákrut tá – sveiggjar frá síðu til síðu, sum um hon roynir at villeiða ein veiðimann. Mynd K. Thomsen.

Apríl Mai í bøi og haga Apríl Mai í bøi og haga Tá ið mýrisnípa flýgur niðureftir, hoyrist eitt serstakt neggjandi ljóð frá veingjunum. Væl kenda yrkingin hjá Jens Dam Jacobsen (Lag: Gunnar Mikkelsen) Dýrd á vík og vág - hevur eina soljóðandi strofu:”Mýrisnípan spennir sínar veingir.” Hendan reglan sipar til sermerkta ljóðið frá mýrisnípuni.

Bakkasløkja Angelica sylvestris Toftavatn 2011. Ein munur á hvonn og sløkju er eisini angin. Hvonn hevur nógv sterkari anga enn sløkja. Hvonn og sløkja hoyra til til skjólurtarættina; hettar sæst væl seinni um summarið tá blómingin er fyri, tá standa blómurnar í skjóli.

Gamalt er at nýta hvonn til matna. Hvonn kann t.d. væl súltast við sukri og edikki.

Bløðini á bæði hvonn og sløkju byrja at síggjast.

Page 26: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Berjalyngur Empetrum sp. Húsahagi 2012.

Blómandi túvuskúvagras Scirpus cespitosus Toftavatn 2013. Túvuskúvagras hoyrir til mýrigrasættina Cyperaceae og dámar væl váta mójørð. Vanligt er at finna túvuskúvagras millum lyng.

Lyngspannari Eupithecia satyrata er vanligur firvaldur í Føroyum. Sum navni vísir til, so trívist lyngspannari væl í lyngøkjum. Síggjast í mai og nakað fram. Mynd: Virtala.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Heiðalyngur Calluna vulgaris Hoyvík 2013, bakgrundin er frá Toftavatni 2013. Heiðalyngur er ársgrøn planta. Orsøkin til brúna litin er at veðurlagið fer so illa við oddunum.

Føroyskur klokkulyngur Erica cinera Debesartrøð 2013. Á myndini síggjast turru blómurnar frá árinum fyri. Klokku-lyngurin veksur á turrum heiðalendi og er ikki so vanligur.

Lyngheiðar er gamalt røktanar landslag, ið á meginlandinum finst frá Lofoten í Noregi til norður Portugal. Bøndurnir byrjaðu fyri nøkrum túsund árum síðan at rudda skógir til landbúnað. Saman við veðrinum og góðsku av moldini, gjørdi nýtslan av lendinum, at stór økir vórðu til lyngheiðar. Í Føroyum er seyðatalið sera avgerandi fyri, um eitt øki er grógvið til við lyngi ella ikki. Lyngheiðalendini í Evropa eru ikki serliga slagrík, hettar kemst jú av at moldin ikki er so føðslurík. Lyngheiðar í Føroyum skilja seg burturúr við at vera vátari enn í grannalondunum og við at vera slagrík - ið ikki er so vanligt fyri lyngheiðar í Evropa. Klokkulyngur Erica, Heiðalyngur Calluna, og Bláberini Vaccinium, eru vanligu føroysku slektirnar í lyngættini Ericaceae. Berjalyngur hoyrir til berjalygsættina Empetraceae.

Blómandi aðalbláber Vaccinium myrtillus. Argir 2011. Bláberini hoyra til lyngættina.

Page 27: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Apublóma Mimulus guttatus millum sóljukoppar fram við Hoydalsá 2013. Apublóma er innflutt sum prýðisplanta tíðliga í seinastu øld. Apublóman er nú vorðin sera vanlig á somu støðum sum mýrisólja. Apublóman blómar aftaná sóljuna, tað er í juli aug.

Læknabládepla Veronica officinalis Hoyvík 2012. Plantur við latínska heitinum officinalis hava gjøgnum tíðirnar verið nýttar sum heilivágur, tí læknabládepla. Veksur á turrum lendi og er ein vanlig bládepla Veronica. Blómar seinni, men kann kennast á hvasstentu og nakað tjúkku bløðunum.

Trøllabátsmannshattur Prunella vulgaris Hoyvík 2012. Bátsmanshattur hoyrir til varrablómuættina Lamiaceae. Hettar stendst av útsjóndini hjá blómunum. Blómingin er nakað, íð bíðast má eftir til juli.

Húsvætti gráa Endrosis sarcitrella sæst stóran part av árinum bæði innan og uttandura.

Apríl Mai í bøi og haga Apríl Mai í bøi og haga

Í tjørnum og vøtnum kunnu finnast vatnkálvar Agabus bipustulatus. Vatnkálvar kunnu bæði swimja og flúgva. Vatnkálvar eru klukkur Coleoptera, líkasum t.d. svartaklukkur. Teir hoyra til ættina vatnkálvar Dytiscidae. Heiti dytiscidae er úr griskum dytikos og merkir at vera førir fyri at kava. Mynd: R á Kelduni.

Vanlig skordjór í vøtnum og tjørnum eru búksvimjarar av ættini Corixidae. Hesir verða á enskum water boatmen, tí tað sær út sum búksvimjarirnir hava árar, og rógva. Tí eru hesir lættir at kenna. Mynd: Thomas Bresson

Page 28: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Vanlig reinfann Tanacetum vulgare Debesartrøð 2013. Reinfan er planta í urtagarðar og síðan spjødd út ymsastaðni. Hon hevur verið havd sum nýtsluplanta langt aftur í tíðina. Reinfann kann vera løtt at kenna á bløðunum og sterka eyðkenda anganum. Blómar í aug.—sept.

Nú á døgum eru vit ikki vaksin upp við at geva okkum far um, hvussu nógv evni mannakropppinum tørvar, finnast í plantunum í Føroyum. Hóvblaðið inniheldur t.d. m.a. fruktosu, jarn, kalium, kalsium, zink og plantuolju. Hóvblaðið hevur m.a. verið brúkt til at hjálpa uppá rósin og oyrapínu.

Várhagasólja Taraxacum sp. Ovara Kirkjubøur 2013. Niðara Hoyvík 2013 nakað seinni. Várhagasóljur eru torgreidd slekt, men mest sædda, í hvussu so er í bygdum øki, er vanliga várhagasóljan.

Hóast skyggjandi gula plantan—várhagasóljan—av nógvum okkara verður mett sum illgresi, er hon sera nýtilig til fleiri endamál – afturat at hon er vøkur á at líta og sera lívsdugnalig. Krúnubløðini eru vælegnað at brúka til úrdrátt til bæði saft og vín og unga leyvið er vælegnað sum partur av einum grønum salati saman við øðrum

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Loðið hóvblað Tussilago farfara Havn 2013. Blómingin er tíðliga. Leggirnir eru hvítlodnir og fluskendir við reydligum bløðum. Blóman er kurvablóma við mongum tráðmjáum randkrúnum (kvennblómur) og rørvaksnum diskkrónum (kallblómur). Loðið hóvblað er heldur sjáldsamt.

Planturnar á hesi síðuni hoyra til kurvablómuættina Asteraceae. Her eru blómurnar savnaðar í eina kurv. Tað, ið ein sær sum gulu blómuna á endanum á stelkinum er fleiri smáar blómur, ið eru saman í eini kurv.

Page 29: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Mækja Iris pseudacorus Toftavatn 2012. Sjálvt um mækja blómar í juli aug., so er ikki torført at gita útfrá breiðu upprøttu og svørðvaksnu bløðunum hvat tað er fyri planta. Mækja er einasta umboðið fyri mækjuættina Iridaceae í Føroyum.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Helsareyðin Phalaropus lobatus væntast koma í mai. Teir væntast at ferðast langt. Hildið hevur verið, at íslendsku og skandinavisku stovnarnir halda til uttanfyri arabisku hálvoynna um veturin, men hettar er ógreitt. Óvist er hvar føroysku fuglarnir fara. Myndin er av bøgu. Mynd: R. á Kelduni.

Smyrilsurt Hieracium sp. Hoyvík2013.

Smyrilsurt Hoyvík 2013

Smyrilsurt Hieracium sp. Debesartrøð Havn 2013.

Smyrilsurtir Hieracium er ein slekt, ið hoyrir til kurvablómuættina Asteraceae. Tað finnast fleiri sløg av smyrilsurtum í Føroyum og torført er at kenna mun á teimum og greina tær. Í gamlari tíð hevur verið hildið, at heykar ótu smyrilsurtir fyri sjónina. Hierax er gamalt grikskt fyri heyk, tí navnið Hieracium. Á enskum verður plantan nevnd hawkweed og á donskum høgeurt. Í Føroyum er navnið vorði til smyrilsurt.

Um várið byrja smyrilsurtirnar at kaga fram og kunnu mangan tykjast serligar m.a. orsakað av ofta lodnu bløðunum. Blómingin byrjar í juli og blómurnar líkjast blómunum á hagasóljum

Smyril Falco columbarius er støðufuglur í Føroyum. Nøkur tjúgu pør eru mett at eiga her. Myndin er av bøgu, steggin hevur ljósari litir t.d. grábláan rygg. Mynd: Ó. Rúnólfson.

Page 30: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Stórveikasev Juncus effusus Toftavatn 2013. Navnið veikasev kemur av, at plantan hevur verið nýtt til veik í lampum. Hettar er tí, at inni í legginum er vevnaður, ið kann súgva olju til sín sum veikur skal gera. Veikasevini hoyra til sevættina Juncaceae. Veikasevini vaksa á vátligum lendi mest undir 300.

Tjaldursbørkubóndi Dactylorhiza maculata á veg Argir 2011. Blómingin er í juni /juli.

APRÌL MAI í bøi og haga APRÌL MAI í bøi og haga

Annað slag av veikasev er smáveikasev J. conglomeratus. Stórveikasev kennast frá smáveikasevi, við at føla eftir legginum. Leggurin hjá stórveikasevi er slættur, meðan leggurin hjá smáveikasevi er meir ruflutur. Myndin vísi legg frá stórveikasevi.

Ryskini Luzula er ein slekt innan sevættina. Tað finnast 5 sløg av ryskjum í Føroyum. Stórryski Luzula sylvatica er nokk lættast at kenna vegna sína stødd. Myndin er av stórryski, og stavar frá viðarlundini í Trongisvági (2011). Har seyður ikki sleppur, at fær stórryski loyvi til at vaksa seg stórt t.d. í viðarlundum og har bratt er.

Børkubøndur hoyra til børkubóndaættina Orchidaceae. Órsøkin til at nýta fuglanavnið tjaldur í heitinum fyri tjaldusbørkubónda eru myrku/svørtu prikkarnir á bløðunum.

Ravnur Corvus corax. Ravnar hava nokk at gera við at passa ungarnar hesa ársins tíð, tí ravnur verpur tíðliga– mánaðarskifti februar/mars. Teir gera sær reiður har ringt er at koma til. Mynd: Lara Stefansdóttir.

Page 31: Náttúran í Føroyum Apríl Mai · 2015. 11. 3. · Fuglar (Aves) Systematiskt yvirlit—Boksirnar við teksti til tær ymisku verurnar hava ymiskan lit. Hvør litur umboðar ein

Heimildir Fitter, R., Fitter, A og Farer, A. 1984. Grasses, Sedges, Rushes and Ferns of Britain and Northern Europe. Harper Collins Publishers. Fosaa et. al. 2006. Føroya náttúra: lívfrøðiligt margfeldi. Føroya Skúlabókagrunnur. Jensen, J-K og H. E. Sivertsen. 2010. Firvaldar – 155 ymiskir firvaldar í Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur. Jóhannesen, J. 1979. 30 Føroysk tarasløg. B Emil Thomsen. Jóhannesen, J. 2000. Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur. Miljødirektoratet. 2013. Kystlyngheiene i Norge – kunnskapsstatus og beskrivelse av 23 referanseområder. Rapport M23-2013. Mullarney, K., Svenson, L., Zetterstrøm, D. og P. J. Grant. 1999. FUGLE I FELTEN – feltbestemmelse af fuglene i Europa og middelhavsområdet. Lindhardt og Ringhof, København. Rasmussen, R. 1950. Føroysk Plantunøvn. Landsprentsmiðjan. Raven, Evert and Eichorn. 1992. Biology of Plants. Worth Publishers New York. Ryggi, Mikkjal á. 1978. Fuglabókin – dýralæra II . Føroya Skúlabókagrunnur. Sørensen, S. og D. Bloch. 1990. Fuglar í Norðurhøvum. Føroya Skúlabókagrunnur. www.britannica.com (Encyclopædia Britannica). www.faunaeur.org (Fauna Europaea). www.faroenature.net (FaroeNature.net-alt um náttúruna í Føroyum). www.fugleognatur.dk (Danmarks Fugle og Natur). www.hav.fo (Fuglakanningarstøðin/Havstovan). www.muho.no (Museumssenteret i Hordaland). www.nam.fo (NÁM). www.science.gov (Science.gov-Your Gateway to U.S. Federal Science) www.søvn.fo (Søvn Landsins). www.snar.fo (SNAR).

Stuðlað hevur Fiskimálaráðið

Meir kunning www.artsdatabanken.no (Artsdatabanken). www.birdlife.org (Birdlife). www.cbd.int (Sáttmálin um lívfrøðiligt Margfeldi/Convention on Biological Diversity). www.cms.int (Bonnsáttmálin/Convention on the Conservation of Migratory Species of Wild Animals). www.jenskjeld.info (Jens Kjeld Jensen, Nólsoy). www.ramsar.org (Ramsarsáttmálin/Ramsar). www.slu.se/artdatabanken (ArtDatabanken-Ett kunnskapscentrum főr Sveriges arter och naturtyper).