skotin niður av torpedo! - olijacobsen.com · 2015. 3. 4. · 3. ráfiskakeypara- og...

24
Nr. 313 Hósdagur 11. mars 2004 12,- Umskipanin av fiska- marknaðinum er byrjað Síða 4 Nú verður kanska nakað gjørt fyri at varðveita rækjuflotan Vónandi tekur Bjørn við, har Johan slepti. Føroyskur tíðindaflutningur í mun til BBC Meðan t.d. BBC, sum høvuðsreglu, kannar øll tíðindi, er fráboðaða høvuðs- reglan hjá føroyskum fjølmiðlum, at sannleikavirði í politiskum tíðindum verður ikki kannað. Hetta heldur umboðsmaðurin vera í lagi. Síða 5 Okkurt hevur nýggi landsstýrismaðurin til felags við Johan Dahl! Síða 5 103 ára gamal fótbóltsspælari Í næsta mánað fyllir Anna Askham, elsti føroyingur, 103 ár. Baksíðan Malmberg: Skotin niður av torpedo! Malmberg var á veg til botns... Vit hava ta ótrúligu søguna um bjargingina av teimum trimum við "Tór II" Síða 9 Síða 6

Upload: others

Post on 30-Jan-2021

1 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • Nr. 313 Hósdagur 11. mars 2004 12,-

    Umskipanin av fiska-marknaðinum erbyrjað Síða 4

    Nú verður kanskanakað gjørt fyri atvarðveita rækjuflotanVónandi tekur Bjørn við,har Johan slepti.

    Føroyskur tíðindaflutningurí mun til BBCMeðan t.d. BBC, sum høvuðsreglu, kannar øll tíðindi, er fráboðaða høvuðs-reglan hjá føroyskum fjølmiðlum, at sannleikavirði í politiskum tíðindum verðurikki kannað. Hetta heldur umboðsmaðurin vera í lagi.

    Síða 5

    Okkurt hevur nýggilandsstýrismaðurin tilfelags við Johan Dahl!

    Síða 5

    103 ára gamalfótbóltsspælariÍ næsta mánað fyllir Anna Askham,

    elsti føroyingur, 103 ár.

    Baksíðan

    Malmberg:

    Skotin niður av torpedo!Malmberg var á veg til botns... Vit hava ta ótrúligusøguna um bjargingina av teimum trimum við "Tór II"

    Síða 9

    Síða 6

  • Suni Winther, formaður íFøroya Deild á ReyðaKrossi, segði á samkomu,at ársins fyrstihjálpari íFøroyum varð valdur fyrifyrstu ferð árið 2001.Hetta tiltak byrjaði í Dan-mark fyri 13-14 árum síð-ani, og hjá okkum erhetta nú triðja árið, atskipað verður fyri hesum.

    Suni Winther segði mill-um annað: "At vit gjørdurætt í at seta hetta tiltak áskránna hjá okkum, finguvit fleiri váttanir fyri, viðtað at fólk bóru okkumstóra tøkk fyri, at vit so-leiðis veita teimum einatøkk, ið á so fyrimyndar-ligan hátt høvdu veitthjálp til skadd ella skelk-aði medmenniskju".

    Suni takkaði Trygging-arfelagnum Føroyar ellaOGNARFELAG TRYGG-INGARTAKARANNA,sumtað nú eitur, fyri at stuðlatiltakinum. Eisini takkaðihann teimum, sum havasent uppskot um evni tilhesa tilnevning.

    Evnini, Reyði Krossurhevur fingið í uppskoti,eru hesi – nevnd í rað-fylgu fyri hendingini:

    JJóóggvvaann MMøørrkkøørree,, 48 ár,búsitandi í Hósvík, sumtann 16. juni 2003 kemurfram við monnum við Áirog sær, at okkurt óvanligter áfatt. Jógvan fer ástaðið at vita, hvat erhent.

    Har er hent tað,at menn eru farnireftir seyði og einer áhaldsin, dett-ur og stingur segí lærið við saks-inum.Tað bløðirsera illa ogmenninir á stað-num royna atlyfta beinið upp,fyri á tann hátt atminka/steðga bløð-

    ingini, sum var ógvuslig,og maðurin tyktiskt nærvið at svíma.

    Jógvan skipar fyri atkompress verður lagt á, sobløðingin minkar/ steðgarog roynir at sissa hinarmenninar, sum ikki erusørt skelkaðir.

    Tá sjúkrabilur nakaðeftir kom, varð sagt, at ar-beiðið hjá Jógvani var vælgjørt.

    Hin skaddi kom seg,men hevði langa sjúkra-legu og ringdi til avvarð-andi hjá Jógvani at takkafyri hjálpina.

    LLaarrss MMaarrttiinn BBjjaarrkkhhaammaarrMMüülllleerr,, 30 ár og MMaarriiaannnnRReeiinneerrtt 26 ár, bæði búsit-andi í Havn og arbeiðasum løgreglufólk.

    Tann 21. juni 2003 kl.03.55 vórðu tey sendoman til Havnar Klubba,tí uttanfyri var maðurdottin og svímaður.Tá teykomu oman, var tilkallaðisjúkrabilurin ikki komin,tí teir høvdu aðrauppgávu, so LarsMartin og Mariannfóru beinanveg í

    gongd við at geva hinumsvímaða fyrstuhjálp oghjartamassagu, til sjúkra-bilurin kom á staðið.

    Maðurin kom seg vælAt tey bæði gjørdu eittgott arbeiði sæst eisini av,at tey hava fingið sømdar-gávu frá Rigspolitichefen.

    SSiiggmmuunndd PPeettuurr BBeerrtthheellPPeetteerrsseenn,, 30 ár, búsitandií Skálafirði og arbeiðirsum politistur í Havn.

    Sigmund varð boðsend-ur til eitt ferðsluóhappnorðuri við Áir 31. august2003 kl. 06.13, har álvars-ligt ferðsluóhapp var við6 persónum í einum bili.

    Sigmundur gjørdi eittgott avrik á staðnum, harhann fekk boðsent hjálpog skipaði fyri at onnur,ið komu framvið, hjálputil.

    Hann var umhugsin oggav skaddum teppi og sínegna jakka at hita seg við,og hann fór eisini sjálvur

    Borgmeistarin í Hósvík:

    ÁrsinsfyrstihjálpariTýsdagin, 17. februar tilnevndi Reyði Krossur ársins fyrsta-hjálpara fyri 2003.

    Mariann og Larsfingu heiðursbræv.

    Her síggja vit Jógvan saman við dóttrini Eyðgerð Kruse, sum skrivar Dimma-lætting. Langabbi hennara, Jóan Símun Isaksen, Norðagøtu, var ein av stovn-arum FFs í 1910.Tað sama var langabbi Lars, Doreus Jacobsen. Jóan Símun ogDoreus vóru grannar tá.

  • at geva fyrstuhjálp tilálvarsliga løstaðan, svím-aðan persón. Hesin doyðitó av sínum løstum.

    At Sigmundur gjørdieitt gott arbeiði sæst eis-ini av, at hann hevur fing-ið sømdargávu frá Rigs-politichefen fyri síttdugnasemi.

    Jógvan ársinsfyrstihjálpariGrundað á eina meting avhesum tilburðum, varðJógvan Mørkøre útnevnd-ur til ársins fyrstahjálp-ara. Hann fekk útnevning-ina saman við pennasetti.Afturat hesum fekk hannein kekk frá Tryggingar-felagnum.

    Jógvan greiddi frá, athann hevði tikið skeið ífyrstuhjálp fyri nógvumárum síðani, og var hetta

    komið honum til nyttu íhesi støðuni.

    Hini, sum vóru í upp-skoti, fingu heiðursbræv

    saman við pennasetti.

    Síða 3Nr. 313 - 11. mars 2004

    Her fær Sigmund Petur heiðursbræv.

    Nevndarlimirnir á Reyða Krossi, sum vóru til staðar. F.v. Øssur av Steinum, Jóhanna Garðshorn,Suni Winther og Súsanna Joensen.

    Í seinasta blað høvdu vit eina frásøgn frá ráðstevnuí Noregi,har spurningurin um at fáa nyttu burturúrslógvi og innvøli varð viðgjørdur. Har greiddu vitfrá, at meðan íslendingar høvdu framleitt nógvanstokkfisk gjøgnum tíðirnar, hevði hetta ikki veriðgjørt í Føroyum.

    Hetta er ikki heilt rætt. Vit vórðu um dagarnaruppringdir av lesara í Haraldssundi. Hann segði fráverfaðir sínum, sum var ættaður av Skarði, at harhøvdu teir framleitt stokkfisk.

    Vit hava so spurt tann 98 ára gamla Eliesar Sør-ensen av Kirkju um hetta mál. Pápi hansara plagdiat keypa fisk, og tí kennir Eliesar til virking av fiskií gomlum døgum. Eliesar váttar, at teir plagdu atheingja fisk upp at turka til útflutnings. Hann held-ur, at hetta kann eisini hava verið, tá teir vóru íuppisetri við salt, og so kundi hetta vera loysnin.

    Jóan Pauli Joensen greiðir eisini frá hesum í bók-ini Fiskafólk. Hann greiðir frá, at tann smærri fisk-urin varð hongdur upp heilur, og tann størri varðráskorin.

    Stokkfiskur hevurverið framleiddurí Føroyum

    Hetta er lendingin á Skarði. Sum tað sæst,hevur tað verið strævið at róð út her.Tað hevurkanska verið fyri at lætta um, at teir havaturkað fiskin heldur enn at salta hann.Táspardist í hvussu er flutningur av salti.

  • Síða 4 Nr. 313 - 11. mars 2004

    Sum tað hevur verið um-røtt fyrr, hevur í langa tíðverið arbeitt við hugskot-inum at umskipa fiska-marknaðin.Aftanfyri hesaumrøðu liggur tað sjónar-mið, at tað eiga at veravinnufeløgini sjálvi, sumeiga og reka sína egnu

    uppboðssølu. Harvið hev-ur vinnan sjálv ræði áskipanini og eigur eittmøguligt yvirskot. Taðhevur ikki verið hildið, atverandi eigaraskari í fiska-marknaðinum lýkur hesartreytir, tí av vinnufeløgumeru tað bert FF og Tofta

    Arbeiðarafelag, sum erupartaeigarar.

    Tískil hava verið tveirmøguleikar. Annar var atráfiska- og seljarafeløginistovna sína egnu upp-boðssølu, ella at fiska-marknaðurin á Toftumvarð umskipaður.

    Hetta er so tað, sum erhent. Partarnir í málinumhava samtykt at arbeiðafram ímóti eini loysn,sumer grundað á fylgjandisjónarmið:

    1. Verandi uppboðssølaverður broytt til bertat gerast landingar-miðstøð.

    2. Síðani skal stovnasteitt nýtt partafelag,sum skal reka upp-boðssølupartin hjáverandi partafelag.

    3. Ráfiskakeypara- og Rá-fiskaseljarafelagið setahvør síni 25% í felag-ið, meðan fiskamarkn-aðurin við verandipartafelag setur 50% í.

    4. Nevndin í nýggja

    felagnum skal verasamansett soleiðis, atRáfiskakeypara- ogseljarafelagið eigahelvtina av nevndar-limunum, og fiska-marknaðurin hinahelvtina.Av hesumskal eitt umboð verafrá Fiskimannafelag-num.Tá koma teyfeløgini, sum beinleið-is umboða keypararog seljarar, at havabeinleiðis meiriluta ínýggja felagnum, bæðivið partapeningi ognevndarsamanseting.Samstundis verðurforðað fyri "majoriser-ing" við einstøkumdominerandi partaeig-arum. Strembast skaleftir, at Ráfiskakeypar-ar og -seljarar havasomu umboðan/ávirk-an í nýggja felagnum.

    FyrireikingarnarbyrjaðarHendan ætlan er nú kom-in so mikið langt, at tað ersett ein nevnd við um-boðum fyri allar tríggjarpartar at fyrireika nýggjuuppboðssøluna. Teir fyr-stu fundirnir hava verið.Nógv formelt er at fáauppá pláss.Partafelag skal

    stovnast við øllum teim-um viðtøkum og reglum,sum fylgja við. Síðani skalætlanin leggjast fyrihægsta myndugleika hjápørtunum til góð-kenningar.

    So er spurningurin,hvatein umskipað uppboðs-søla kann gera betri enntann gamla. Her til erfyrst at siga, at tannnýggja kemur at byggja áta gomlu. Sigast kann eis-ini, at eingin skipan er sogóð, at hon ikki kann ger-ast betri. Eitt hugskot er,at uppboðssølan skal vera"breiðari", so størri parturav fiskakeyparum og selj-arum koma at nýta hana.Tað kann eisini hugsastein skipan, har útlending-ar í størri mun koma bæðiat keypa og selja gjøgn-um uppboðssøluna.Hettaskuldi kunnað økt umkappingina um fiskin.Hon kann eisini koma atumfata onnur fiskasløgenn tey, sum í dag eruvanlig, til dømis ídnaðar-fisk.

    Vónandi verður um-skipanin klár til várs, ogso kunnu vit bert vóna, attað kann fara at bera til attaka broddin av teimumviknandi prísunum.

    Nú verður farið í gongd viðat umskipa fiskamarknaðin

    Nevndin, sum arbeiðir við umskipanini av fiska-marknaðinum, eru f.v.:

    (ovara myndin) Egil Olsen, John Nielsen, HarryBenjaminsen, Jógvan Norðbú, Árni Joensen,(niðara myndin) Óli Jacobsen og Agnar Jensen.

    Nógva fjølmiðlaumtalan íES seinastu árini umniðurfiskaðar fiskastovn-ar hevur gjørt at eftir-spurningurin eftir fiski erfallin. Hetta sæst beinan-vegin aftur í fiskaprís-unum, eisini í Føroyum.Tað er drúgt arbeiði atsannføra stórar brúkara-bólkar um at teir ikkiskulu hava ringa samvit-sku av at eta fisk.

    Samlaða veiðan í ESsjógvi er nógv minkaseinastu árini. Í fjør varkvotaniðurskurðurin íNorðsjóvnum serligastórur og tað sær út til atkvoturnar minka uppaft-ur meira í ár.Undir vanlig-um umstøðum vildi hettaført við sær at prísurin áhesum fiskavørum fórupp tí at minni var boðiðút á marknaðinum. Mensoleiðis hevur støðan ikki

    verið í fjør. Samstundissum nøgdirnar av fiskieru minkaðar eru prísir-nir eisini falnir.

    Hetta ávirkar sjálvandieisini prísirnar sum føroy-ingar fáa fyri fiskin tímeginparturin av okkarafisk i verður seldur á ESmarknaðinum.

    Fiskivinnufelagsskapir ímarknaðarlondunum sigaat orsøkin til hetta er atfinna í einum fallandieftirspurningi sum fyriein stóran part kemur avnegativari umtalu sumfiskivinnan hevur fingið ífjølmiðlunum. Í kjakinumum niðurskurð av fiski-vinnuni í ES sjógvi erbrúkarin undirdíktur í tíð-indum um at lítið ogeinki er eftir av fiski í hav-inum. Stórir partar avbrúkarunum eru komnirtil tað fatan, at tað sindri

    av smáum fiski sum eftirer verður veitt áðrennfiskurin er kynsbúgvin ogtí ikki nær at seta næstaættarlið við.

    Í einari ofta misfataðariumsorgan fyri fiskastovn-unum leggja áhugafelags-skapir ábyrdina fyri væl-ferð ella týning av fiska-stovnunum yvir á sam-vitskuna hjá hvørjum ein-stakum brúkara. Vanligibrúkarin sum ikki kennirtil fiskastovnar, fiskasløgog fiskileiðir kring heim-in hevur ongan møgu-leika at skilja smálutir ogmun á hvørji fiskasløg ogstovnar eru niðurfiskaðirog hvørji ikki eru hótt.Brúkarin fær tí ringa sam-vitsku hvørja ferð hannetur fisk og kennir seg atverða part av týning avfiskimargfaldinum í hav-inum.

    Støðan hevur fingiðfiskivinnufelagsskapir íflestu ES londunum atfara í herna ímóti hesarimisfatan.

    Eitt nú í Svøríki stað-festi Christina Stenberg,stjórin í Svensk Fisk, í fjøl-miðlunum fyri tveimumvikum síðani, at allur fisk-ur sum brúkarin møtir íhandlunum er veiddur ogskrásettur eftir lóligumkvotum, ásettar av ES. Umtað finst grund til at haldaat eftirlitið ikki er nóggott eigur politiska skip-anin at syrgja fyri at betraeftirlitið. Brúkarin skalkenna seg tryggan í val-inum av matvørum. Taðskapar ótryggleika mill-um brúkararnar tá teir fáamótstríandi tíðindi ogverða tvungnir til at takastøðu til allar smálutirsjálvir. Hendan uppgávan

    krevur alt ov nógva tíð ogkreftir og er alt ov torførfyri hvønn einstakan.

    Í Bretlandi hevur Sea-fish lagt dent á at lýsastøðuna hjá toski. Á ein-um langum lista við upp-lýsningum um tosk ogtoskaveiðu verður m.a.staðfest:

    Meðan tað verður ar-beitt við at byggja upp-aftur toskastovnin í Norð-sjónum kemur 90% avtoskinum sum verður et-in í Bretlandi frá øðrumveiðuøkjum.

    Pástandurin um at tosk-urin er hóttur við týninger skeivur. Nú stovnuriner minkaður nakað verðatiltøk sett í verk fyri atbyggja hann uppaftur.

    Toskur sum fiskaslaglivir í øllum Norðurat-lants havinum við ser-støkum stovnum á leið-

    unum við Norðuramer-ika, Grønland, Ísland, Før-oyar, Írska havinum,Norðsjónum, Barentshav-inum, Skagerak og íEystrasalti.

    Einans 3% av toskaveið-uni kemur úr Norðsjó-num. Meginparturin kem-ur úr Barentshavinum(47%) og undan Íslandi(27%). Toskakvoturnarhar verða hækkaðar í2004 orsaka av góðarifiskiveiðustýring.

    Vónandi koma slík til-tøk at normalisera hug-burðin um fisk og fiski-veiðustýring soleiðis ateftirspurningurin kemuruppaftur á eitt meira nor-malt støði.

    Brúkarin heldur at onginfiskur er eftir í havinum

  • Síða 5Nr. 313 - 11. mars 2004

    BBooddøø:: Norske fiskere erdobbelt så effektivesom gjennomsnittet iEuropa. Det viser enfersk lønnsomhetsana-lyse av de europeiskefiskeriene. Det er like-vel et stykke igjen førNorge passerer Færøy-ene og Island, skriverFiskaren.

    – Lønnsomhetsana-lysen viser at de norskefiskerne kommer sværtgodt ut dersom man serpå produktivitet persysselsatt fisker. Mensgjennomsnittlig fangst-verdi per fisker i Euro-pa lå på 43.000 euro i2002, kunne Norge visetil en fangstverdi somer mer enn dobbelt såhøg. Det viser at denorske fiskerne ereffektive i en europeisksammenheng, sier pro-fessor Ola Flåten vedNorges Fiskerihøgskole.

    Færøyene på toppDet er i forbindelsemed et EU-finansiertforskningsprosjekt atprofessor Ola Flåten ogforskerkolleger rundtom i Europa har utførten lønnsomhetsanalyseav de europeiske fisk-eriene i 2002. I tilleggtil å se på lønnsomhet,sysselsetting, fangst-verdi og fangstvolum,har Flåten og Co ogsåforsøkt å trekke ut deviktigste utviklings-trekkene for 2002 og2003. Totalt er 89,000fiskere fordelt på27,600 fartøy fra 20land med i undersøkels-en. Selv om fiskeriene ide ulike landene varier-er både i geografi, typeog omfang, menerforskerne at tallmateri-alet de har kommetfram til egner seg godttil sammenligning.

    Flinke– Norge har en godverdiskapning, men deter andre land som pro-duserer mer per syssel-satt fisker enn de vigjør. Færøyene og Is-

    land har tradisjoneltsett vært mer effektiveenn oss. Det ser vi ogsåi denne analysen her.Også Nederland ogBelgia kommer godt ut.De har etter hverteffektivisert fiskerienegjennom systemet medomsettelige kvoter.Fiskerettighetene er istørre grad konsentrert,sier Flåten.

    Lønnsomhetsanalysenviser at Norge i 2002sto for 22,3 prosent avlandingene målt i vo-lum og 12,7 prosent avlandingene målt i verdi.Selv om verdien av delandede fangstene tilNorge gikk noe ned,sier Flåten at brutto-verdiskapningen ognettokontantstrømmentil rederne ble noe bed-re.

    Selv om det har værtnoen svinginger i lønn-somheten i de norskefiskeriene, sier økono-miprofessoren i Tromsøat pila stort sett harpekt jevnt oppover sid-en. Denne positive ut-viklingen ser man ogsåi en rekke av de andrelandene.

    Sammenlignet med2001 gikk verdiskap-ningen i 2002 ned medsyv prosent, mens sys-selsettingen gikk til-bake med ti prosent.

    Ifølge forskerne indi-kerer dette at forbedretproduktivitet og økteinntekter. Generelt settkonkluderer Flåten ogCo med at cirka 80 pro-sent av den europeiskeflåten kunne vise til engod økonomisk utvik-ling i perioden 2000 til2002. Når det gjelder2003, er forskerne like-vel ikke fullt så opti-mistiske.

    – Vi forventer ned-gang i både inntekterog kostnader for 2003,men nedgangen i inn-tekter er større ennnedgangen i kostnaderslik at det endelige re-sultatet vil bli dårligere,sier Flåten.

    Føroyará odda

    FF-blaðiðwww.fiskimannafelag.fo

    Tað er hetta seinna, sumer gjørt, og úrslitið er so,at talið av rækjuskipumundir føroyskum flaggi eralsamt minkað,og millumhesi, er nýggjasta rækju-skipið í flotanum "Hvilvt-enni".

    FF hevur – eins og onn-ur feløg í vinnuni – heitt ámyndugleikarnar um attaka stig til at varðveitahendan partin av flota-num. Hetta er ikki minsttýdningarmikið, tá hugs-að verður um, at aðrarvinnur standa við "grav-ens rand".

    Tað skal sigast, at nýggilandsstýrismaðurin í fiski-vinnumálum, Johan Dahl,hevur gjørt skjótt av.Hann hevur tikið avgerðum at seta eina nevnd atviðgera støðuna hjá rækju-vinnuni við hesum ar-beiðssetningi:· at útgreina verandi

    støðu hjá rækjuvinn-uni.

    · at meta um framtíðarveiði- og marknaðar-viðurskifti.

    · at koma við uppskotitil eina loysn.

    Nevndin verður umboð-að av fólki frá grannskoð-arafyritøkunum hjá PaulaEllefsen og Claus Rasmus-sen og við umboðum fráReiðarafelagnum, Fiski-mannafelagnum og Fiski-málaráðnum. Formaður ínevndini verður JørmannPetersen,og skrivari verð-ur Símun Joensen. Hesirbáðir starvast í Fiskimála-ráðnum.

    Miðað verður ímóti, atnevndin verður liðug viðarbeiðið innan ein mán-aða.

    Vit kunnu bert fegnastum,at hetta arbeiðið loks-ins verður gjørt, so tað íhvussu er kann staðfest-ast, hvørt grundarlag erfyri at gera nakað ellaikki, fyri at varðveita hesavinnu, sum einaferð varokkara "reyðargull".

    Hendan greinin varðskrivað meðan JohanDahl framvegis var lands-stýrismaður. Væntanditekur nýggi landsstýris-maðurin um endan her.

    Nú verður kanska nakað gjørt,fyri at varðveita rækjuflotan

    Íslendska fiskivinnublaðið Fiskifrettir kundi herfyri greiða frá nýggjasta skipinum í íslendska flotanum"Guðmundur í Nesi". Stór frásøgn er í blaðnum frá hesum "glæsiliga" skipi við allari teirri útgerð, sumfinst umborð.

    Tað syrgiliga hjá okkum er bert, at hetta er fyrrverandi "Hvilvtenni", sum ikki hevði møguleikar í Før-oyum, men sum hevur teir í Íslandi í staðin.Tað skal tó sigast, at teir fara ikki á rækjuveiðu, men ásvartkalvaveiðu.

    Hjálparfólk søkisttil røntgendeildina á

    Klaksvíkar SjúkrahúsiTalan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 15.03.04 til28.02.05. Arbeiðstíðin er 0,5. Starvið er ætlað ung-um, sum hava ætlanir um at fara í gongd við eina út-búgving innan sjúkrahúsverkið.

    Umframt skráseting og skjalagoymslu av kanning-um gjørdar á sjúkrahúsinum, fevnir starvið um fyri-fallandi arbeiði á sjúkrahúsinum.

    Kunnleiki til teldu er ynskiligt, men tó ongin treyt.Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála við

    starvsmannafelagið lønarflokk 1 ella 2.Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda

    sær til Janu Petersen, I. assistent telefon 455463lokal 411 ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal106.

    Umsókn við møguligum ummælum skulu sendasttil:

    Klaksvíkar SjúkrahúsUmsjónarmaðurinFO-700 Klaksvík

    Umsóknarfreist 01.03.03

    Klaksvíkar SjúkrahúsUmsjónarmaðurinFO-700 KlaksvíkTlf: (+298) 45 54 63, lokal 123Fax: (+298) 45 73 63

    Spurningurin um støðuna hjá rækjuflotanum, hevur spøkt nú í langa tíð. Spurning-urin hevur verið, um nakað skuldi gerast fyri at varðveita hann, ella um bert skuldilatast standa til.

  • Síða 6 Nr. 313 - 11. mars 2004

    Í ovurmorgin verður einfjølmiðlafestivalur, harfjølmiðlafólk og onnuráhugað hittast at tosa umfelags áhugamál. Meneftir skránni er einki sumbendir á, at hetta verðurannað enn ein hugnaløtauttan veruliga viðgerð avleiklutinum hjá føroyskufjølmiðlunum sum 4. stats-maktin. Hetta er spell, títann sum fylgir við í før-oyskum tíðindaflutningi,kann ikki ivast í tørvinumá viðgerð av, hvussu før-oyskur tíðindaflutningurrøkir hesa uppgávu.

    Vit eru so væl fyri, attað ber væl til at gera sam-metingar við,hvussu viður-skiftini eru skipað uttan-lands á hesum øki. Sein-asta dømið um, hvussutíðindaflutningur virkar íeinum skipaðum sam-felag, er sakin um BBC ogDavid Kelly. Hetta málendaði sum kunnugt við,at ein dómari, Hutton,varð settur at kanna einávísan tíðindaflutning.

    Vanliga verður BBCroknað at hava ein tannmest álítandi tíðinda-flutningin yvirhøvur. Teirhava eina fasta skipan fyrieftirliti við, at teirra tíð-indi eru óheft og álítandi,og reglurnar fyri hesumeftirliti fylla nærum einaheila bók.

    Í hesum eina førinumkom Hutton tó eftir, atávís tíðindi vóru skeiv ogmisvísandi, og at eftirlits-skipanin við, at tíðindinivóru eftirfarandi, hevðisvikið. Men tað óhepnavar, at eftir at BBC vargjørt vart við, at tað vóruítøkiligir skeivleikar í tíð-indunum, helt BBC uppásín órætt.

    Tað, at eeiinnii tíðindi íBBC vístu seg at veraskeiv, hevur havt ógvus-ligar avleiðingar fyri stovn-in. Trúvirðið er skalað somikið, at sovæl stýrisfor-maðurin sum stjórin fyriBBC løgdu frá sær í stund-ini. Og BBC lovar høgt ogheilagt at taka stig, sumskulu forða fyri, at so mik-ið sum eitt slíkt mál skalkunna endurtaka seg, sofólk aftur skal kenna segtrygt við tíðindum fráteimum.

    Føroyskt dømiHer skal bert takast eittdømi um serføroyskantíðindaflutning, sum líkistHutton/Kelly málinum somikið, at tað ber til at

    samanbera, eisini tí at herhevur ein (fyrrverandi)dómari verið inni í mynd-ini. Hetta dømi lýsir tóvæl tíðindaflutningin íFøroyum yvirhøvur.

    Søgan er, at í mars í2002 kundu allir teir fýrastóru fjølmiðlarnir boðafrá, at fyrrverandi norskiráðharrin og sendiharriní Keypmannahavn, Thor-vald Stoltenberg, hevðijáttað at vera við í einumbólki hjá Norðuratlants-bólkinum, hvørs uppgávavar, at kanna og lýsa m.a.hernaðarlig viðurskiftihjá Føroyum og Grøn-landi í ríkisfelagsskap-inum. Flestu av fjølmiðl-unum útgreinaðu neyv-ari, at her var fyri ein stór-an part talan um einakanning av, hvussu nógvið danir høvdu vunniðuppá NAT0-herstøðir m.a.í Føroyum.

    Ósannlík tíðindiTað vóru mong,sum undr-aðust á hesi tíðindi, tí teyvóru sera ósannlík. Hjá tí,sum kennir tað minsta tilpolitisk viðurskifti, ljóð-aði tað sera løgið, at einpolitikari á slíkum støði,sum enntá hevði veriðnorskur sendimaður íDanmark, fór at leggja segúti innanhýsis viðurskifi ídanska ríkinum. Ikkiminst, tá tað er almentkent, at hetta er eitt seraeymt mál.

    Seinni vísti tað seg, atallir teir – eftir egnumtykki – professionellufjølmiðlarnir høvdu boriðhesi tíðindi víðari, uttanat kanna tey. At kannahetta nærri hevði veriðlættasta ting av verðini.Hóast Stoltenberg stend-ur í telefonbókini,var iikkkkiieeiinn journalistur í so mikiðsum eeiinnuumm fjølmiðli, sumringdi mannin upp at fáahetta váttað ella útgrein-að.

    Høvdu teir gjørt tað,høvdu teir longu tá fingiðat vita, at víst hevði Stolt-enberg játtað at vera NAbólkinum til hjálpar íttrryyggddaarrppoolliittiisskkuumm ssppuurrnn--iinngguumm,, sum er eitt seravítt fyribrigdi. Men táhann fekk nærri at vita,hvør uppgáva var ætlaðhonum, segði hann nei.Hetta var ein púra greið,logisk og forútsigiligstøða hjá Stoltenberg.Hervið varð váttað, at taðvar einki grundarlag fyritíðindini um, at hann

    hevði játtað at kannainnanhýsis hernaðarligviðurskifti í danska rík-inum, sum annars einkihøvdu við ttrryyggddaarrppoolliittiikkkkat gera.

    Hevði málið verið kann-að eftir vanligum fjøl-miðlareglum,hevði grund-arlagið verið tikið undanhesum tíðindum, og mál-ið varð harvið úti av verð-ini.

    Men hetta innlýsandistig, at kanna eini ósann-lík tíðindi, varð ikki tikiðav so mikið sum av ein-um fjølmiðli.Tí vórðu teyeisini standandi, sum umtey vóru sonn. Samstund-is kundi ein politiskurbólkur gera sær dælt avhesum skeivu tíðindum.

    Tá sannleikin í mál-inum kom fram nakrarvikur eftir hetta, var hettaav tilvild, tí "onkur kendionkran" sum kannaði mál-ið, og tað var avgjørt ikkitakkað nøkrum journal-istiskum avriki hjá um-røddu fjølmiðlum, athetta kom fram.

    Tá fjølmiðlarnir kundustaðfesta, at teir høvduborið skeiv tíðindinikundi ein kanska vænta,at teir fóru at biðja umumbering fyri, at teirhøvdu villleitt Føroyafólk, og at teir fóru undireina sjálvrannsakan av,hvussu slíkt kundi henda,og hvussu tað kundisleppast undan at slíkthendi aftur.Teir áttu eisiniat harmast mótvegishøvuðspersóninum í mál-inum, at teir høvdubryggjað so nógv uppáhansara upprunaligu til-søgn, at hann kendist alsikki við hesi tíðindi, tá teykomu fram.

    Hetta kom so als ikkiuppá tal. Í staðin varðStoltenberg sjálvur mis-teinkiliggjørdur og mest-sum gjørdur til orðloys-ing í einum máli, harhann fyrst hevði víst væl-vild og síðani tikið einasjálvsagda støðu.

    Tað varð gjørt eitt tilloptil at fáa kannað, hví upp-runakeldan til tíðindiniikki sjálv hevði syrgt fyriat fáa tey rættað. Menhetta varð kvalt í føðing-ini!

    Okkara egnadómarakanningTað áhugaverda í hesummáli er, at her fór eisinifram eitt slag av "dómara-kanning", har Løgtingsins

    Umboðsmaður kom atviðgera málið, sum taðvarð lýst í útvarpinum.

    Tað kom í hvussu er taðburtur úr hesi viðgerð, atútvarpið "kom til" at lýsasín arbeiðshátt at tryggjarøtt tíðindi. M.a. sigur út-varpsstjórin:

    "Í hesum sambandihevur ÚF endurgivið tíð-indaskriv hjá einumtingbólki á Fólkatingi.Vanligt er ikki at eftir-kanna sannleikavirði ítíðindaskrivum, sum eintingbólkur... (letur) frásær, uttan so at einframmanundan hevurroyndir við, at viðkom-andi er óálítandi, ella atannar illgruni er um, atinnihaldið ikki er í lagi."

    Fyrst er at siga, at júst íhesum máli skuldi veriðorsøk til – út frá grund-gevingunum hjá útvarps-stjóranum sjálvum – ateftirkanna umrødda tíð-indaskriv. Men hetta varðsum sagt ikki gjørt. Og tátað ikki varð gjørt í hes-um førinum kann ein ró-liga ganga út frá, at hettaikki verður gjørt, og hettaer eisini í samsvar viðroyndirnar av tíðinda-flutninginum.

    Hetta er í veruleikanumein ásannan av, at hvørpolitiskur bólkur/flokkurkann fáa tey tíðindinifram, sum hann vil havaog soleiðis sum hann vilhava tey.Tað er ikki nakaðserliga trygt at vita sær!Men rættuliga vandamik-ið er tað, um borgararnirrokna við, at politiski tíð-indaflutningurin er óheft-ur og "sannur".

    Sigast skal eisini, at allarroyndir vísa, at prinsippiðum ikki at kanna politisktíðindaskriv, er galdandifyri allar fjølmiðlarnar.Tað tykist eisini at veratað einasta prinsippið,sum er galdandi fyri tíð-indaflutningin! Tá ein soveit, hvussu stórur parturav tíðindaflutninginum erpolitisk tíðindaskriv oghvussu ofta tey eru meirella minni manipuler-andi, so hevur borgarinalla grund til at hava taðmisálit á tíðindaflutning-in, sum kanningar vísa, athann hevur.

    Í stríð við grundregl-ur fyri tíðindaflutningHetta er fullkomiliga ístríð tær grundreglur,sum eru galdandi fyriseriøsan tíðindaflutning.

    Innleggið, sum ikki verður hildið á fjølmiðlafestivalinum:

    Føroyskur tíðindaflutningur í mun til BBC!Meðan fjølmiðlar uttan um okkum royna at hava álítandi tíð-indaflutning er høvuðsreglan hjá okkara fjølmiðlum, at "van-ligt er ikki at eftirkanna sannleikavirði í (m.a. politiskum) tíð-

    indaskrivum". Her er bert eitt dømi av mongum um tíðinda-flutning, sum er grundaður á hendan "tíðindapolitikk", sumannars er blástemplaður av Løgtingsins Umboðsmanni.

    Pressuetiskar reglurFjølmiðlarnir í Danmark og Grønlandi hava síná-millum ásett hesar reglur fyri teirra tíðindaflutn-ing:

    Korrekte meddelelser:1. Det er mediernes opgave at bringe korrekt og

    hurtig information. Så langt det er muligt, børdet kontrolleres,om de oplysninger,der gives erkorrekte.

    2. Kritik bør udvises over for nyhedskilderne, isærdeleshed når disses udsagn kan være farvetaf personlig interesse eller skadevoldende hen-sigt.

    3. Oplysninger, som kan være skadelige, krænk-ende eller virke agtelsesforringende for nogen,skal efterprøves i særlig grad, inden de bringes,først og fremmest ved forelæggelse for den på-gældende.

    4. Angreb og svar bør,hvor det er rimeligt, bringesi sammenhæng og på samme måde.

    5. Det skal gøres klart, hvad der er faktiske oplys-ninger, og hvad der er kommentarer.

    6. Overskrifter og mellemrubrikker skal i form ogindhold have dækning i den pågældende artikelog udsendelse. Det samme gælder de såkaldtespisesedler.

    7. Berigtigelse af urigtige meddelelser skal findested på redaktionens eget initiativ, hvis og såsnart kendskab til fejl af betydning i de bragtemeddelelser indgår. Berigtigelsen skal foretagesi en sådan form, at læserne, lytterne eller seernefår klar mulighed for at blive opmærksom på be-rigtigelsen.

    Høvuðsreglan fyri føroysku fjølmiðlarnar er, atongar av hesum reglum verða hildnar.

    Um vit ganga út frá, at pkt. 1 er høvuðsreglan,so er hon beinleiðis í stríð við almennu útsøgn-ina hjá útvarpsstjóranum, um at "vanligt er ikkiat eftirkanna sannleikavirði í tíðindaskrivum,sum ein tingbólkur... (letur) frá sær...

    Taka vit pkt. 2, so má hetta verða serliga við-komandi fyri politisk tíðindaskriv, sum serligaofta mugu metast at vera "farvet af personlig in-teresse". Tað vóru tey í hvussu er í hesum før-inum.

    Men hetta verður ikki av umboðsmanninummett at vera nakar trupulleiki!

    Taka vit pkt. 3, so eru tað ikki meir enn fáarvikur síðani, at Vinnuhúsið kundi vísa á, athendan reglan varð brotin.

    Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin ThorvaldStoltenberg hevur játtað at vera formaður í nevnd-ini, sum skal kanna, hvønn hermálsligan týdningFøroyar og Grønland hava havt síðan 1945, oghvørjar fyrimunir Danmark hevur havt av NATO –støðunum í Føroyum og Grønlandi.

    Stoltenberg hevur ikki bert royndir sum verju –og uttanríkisráðharri. Hann hevur eisini verið STkommiserur fyri flóttafólk og ST semingsmaður ígamla Jugoslavia. Í dag er hann forseti í norskaReyða Krossi.

    Fimm limir eru í nevndini, sum skal kanna, hvus-su týðandi Føroyar og Grønland hava verið her-málsliga.

    Soleiðis vóru umrøddu tíðindini lýst í Degi ogViku.Tíðindini vóru ósannlík og skeiv, men ikkiein fjølmiðil gjørdi sær ómak at kanna tey. Mensamb. umboðsmanninum er einki grundarlagfyri at finnast at slíkum tíðindaflutningi!

  • Síða 7Nr. 313 - 11. mars 2004

    Her kann bert verða vísttil tær innanhýsis reglur,sum annars eru galdandihjá fjølmiðlum í Danmarkog Grønlandi, har taðverður sagt:

    "Det er mediernes op-gave at bringe korrekt oghurtig information. Sålangt det er muligt, børdet kontrolleres, om deoplysninger, der gives erkorrekte".

    Tað er lætt at staðfesta,at umrødda prinsipp hjáútvarpsstjóranum og ann-ars hjá fjølmiðlunum,sum nú enntá finst í ein-um almennum skjali, erbeint ímóti hesum sjálv-søgdu reglum.

    Síðani kunnu vit sam-meta niðurstøðuna hjáLøgtingsins Umboðsmannivið ta hjá Hutton dómara.

    Her skal fyrst skoytastuppí, at umboðsmaðurinkann taka tað við í sínikanning, sum hann hevurhug til. Hann kundi t.d.tikið sjónvarpstíðindi umhetta mál við, og hesivóru um møguligt ennmeira villleiðandi enn teyhjá útvarpinum.

    Umboðsmaðurin hev-ur blástemplað slík-an tíðindaflutning.Men í hesum førinumgjørdi umboðsmaðurintað, at hann skar máliðjúst soleiðis til, at útvarp-ið, og harvið fjølmiðlarnirsum slíkir, varð fullkomi-liga reinsað og hvítvask-að. Samb. honum var alseinki grundarlag fyri kæruum slíkan tíðindaflutn-ing, hóast tað kundi

    prógvast at tíðindini vórubæði skeiv og at endur-givið var úr tíðindaskriv-um, sum vóru totalt mis-vísandi.

    Einum nýtist hvørki atvera útbúgvin løgfrøðing-ur ella journalistur fyri atkunna meta um ein slíkantíðindaflutning og einaslíka niðurstøðu.

    Tað, sum tó ørkymlarniðurstøðuna hjá um-boðsmanninum,er mangl-andi grundgevingar. Taðkundi verið áhugavert oglæruríkt at kent grund-gevinginar fyri, at hesintíðindaflutningur skalvera í fínasta lagi. Harviðkundi kanska fingist einábending um, hvat skal tilfyri at fáa umboðsmanninat tala at. Men umboðs-maðurin følir seg ikki at

    hava nakrar skyldur á hes-um øki. Tann, sum biðurum grundgevingar, skalbert rokna við at fáa taðsvar, at ikki skal roknastvið at fáa nakað svar yvir-høvur uppá framhaldandifyrispurningar!

    Men henda niðurstøðaer so mikið áhugaverd, athon eigur at verða við-gjørd í serstakari grein.

    Umboðsmaðurin hevurí einum øðrum máli stað-fest, at bert grundgeving-in er "journalistisk met-ing", so er at siga einkimark fyri tíðindaflutning-inum. Úrslitið av hesumgongur eisini sjón fyrisøgn.

    Hann, sum kom viðsannleikanum, fekk svarta-per.

    Úrslitið av hesi "dóm-

    arakanning" gjørdist tí-skil, at tann sum stóð eftirvið frátiknum trúvirði íhesum máli var tann, sumfyrst beinleiðis og síðanióbeinleiðis útvegaði før-oyskum fjølmiðlum teyrøttu tíðindini um hettamál.

    Hetta kemur sjálvsagtat merkja, at tað viðgaranti ikki verða fleirikærur um almennu fjøl-miðlarnar til umboðs-mannin, sum annars met-ir hesar sum sítt ábyrgd-arøki. Orsøkin fyri hesumer eyðsýnd.

    Tí kann fjølmiðlaheim-urin ekkaleysur haldafestival uttan misljóð.

    Tað er eingin ivi um, atgrindadráp er eitt serfør-oyskt fyribrigdi.

    Men í íslendska blað-num "Fiskifrettir", sumkom út fyri jól, var ein frá-søgn frá einum grinda-drápi, sum var í Vest-mannaoyggjum í 1958.Talið á dripnum grinda-hvalum var umleið 200.Frásøgnin í "Fiskifrettir"er sera drúgv og við nógv-um myndum og hetta særikki so nógv øðrvísi, útenn um drápið hevði ver-ið í Føroyum.

    Eitt var at fáa lívið avgrindini. Hetta kann havaverið nóg trupult uttannakran grindareiðskap.Eitt annað var at skeraupp. Tað hevur her veriðtil stóra nyttu, at nógvirføroyingar búðu í Vest-mannaoyggjum tá.

    Tað verður eisini tikiðtil í greinini, at her finguføroyingarnir roynt sínserkunnleika. Sagt verður,at tann, sum skipaði fyriuppskurðinum var ein,sum kallaðist Gøtuskeggi.Hann kendu vit sera væl

    her á blaðnum. AlfredGøtuskeggi var ættaðurúr Norðragøtu, sonurBernhard í Tjørnustovuog Gittu undir Liðanum.Hann var giftur við Jenny,dóttir Martin Tausen íVági, sum var ein kendurskipari.

    Alfred var altíð ein rok-ari. Hann var fiskimaðurum ein háls. Hann var við"Mjóvanes" í Amerikaundir krígnum, og búðinógv ár í Vestmanna-oyggjum, har hann heiltóvæntað slapp í grind fyri45 árum síðani.Tann, sumkendi Alfred, ivast ikki í, attað var hann, sum førdiann!

    Alfred dugdi væl at práta– og altíð skuldi hannhava øðrvísi meining ennøll hini.Hann var sera fest-ligur.

    Alfred doyði í 1996.Jenny býr í Svøríki, menvitjar javnan heim á klett-arnar.

    Vit loyva okkum at end-urprenta nakrar av mynd-unum:

    Grindadráp í Vestmannaoyggjum

    Her verður rikið sum í Føroyum.

    Her verður skorið upp. Teir, sum skera upp, eru uttan iva føroyingar – tað sæst eisini á troyggjunum. Erannar av monnunum Alfred Gøtuskeggi, so er tað hann t.h. Er nakar, sum veit meira um hesa mynd?Annars er stuttligt at síggja eygnabráini á teimum, sum hyggja at. Tað er greitt, at hetta er ikki gerandis-kostur!

    Grindin hevur lagt beinini.

  • Síða 8 Nr. 313 - 11. mars 2004

    Tann 9. februar vóru min-us 7,7 stig við einum lotiav útnyðringi. Skjótt er, atísurin kemur, tí "Lómur",sum skuldi landa í Illulis-sat sunnudagin, slapp ikkiinn fyri ísi og mátti tískilsuður til Asiaat at landatey 90 tonsini, teir havainni.

    1100.. ffeebbrruuaarr vóru –6,8 stigog lot av suðri við onkr-um kavaæli. "Lómur" kominn til Sisimiut at bunkraog tóku nakað av trolút-gerð umborð. Teir søgdu,at tað var minni at fáa harnorðuri nú, og at trolarar-

    nir høvdu havt góðanfiskiskap út fyri Sisimiut."Steffen C" fór í dag út úrNuuk, har teir hava land-að gott 510 tons.

    1133.. ffeebbrruuaarr:: –6,8 stig ogstilli. "Sermersut" kom innhigar at landa. Teir havaverið úti í 11 dagar ogfingið fulla last. "Natar-naq" hevur verið inni íNuuk og landað í vikuni.

    1144.. ffeebbrruuaarr vóru minus11 stig og stilli. "SattuaqII" kom inn í dag at landakrabbar.Teir hava 40 tonsinni av livandi krabba,

    sum teir hava fiskað í 3½døgn. Teir hava drigið2.770 teinar, og tað gevurí miðal 14,3 kg pr. tein.Tað er óførur fiskiskapur,eftirsum at fiskifrøðingar-nir siga, at tað er ov lítiðtil av krabba. "Sattuaq II"roynir suðuri við Ísblink-in og Dana-leiðina.Krabba-menninir hava heitt ápolitikararnar nú í fleiri árum at steðga hesumkrabbafiskiskapi, tí taðvórðu givin so nógv loyviat fiska krabba. Tað vóruso at siga teir flestu, sumseldu sína rækjukvotu ogbrúktu peningin at byrjakrabbafiskiskapin aftur-fyri. Men fiskimenn havatalað fyri deyvum oyrum.

    Fyri tíðina er nógvósemja ímillum fiskimála-ráðharran, Simon Olsen,og fiskifrøðingarnar. Taðer krabban, sum kjakastverður um, og fiskifrøð-ingarnir vilja hava, atkrabbakvotan verður ikkihægri enn 3.700 tons, sogrundarlag kann vera fyrieinum framtíðar krabba-fiskiskapi. Men Simon Ol-sen sigur, at fiskifrøðing-arnir eru alt ov varnir viðkvotustøddini, og hannmeinar, at kvotan skalvera 5-7.000 tons. Tilhetta siga fiskifrøðingar-nir, at um krabbakvotanverður 5-7.000 tons, soverður grundarlagið fyrikrabbafiskiskapi framyvirminkað til 75-90%. Fiski-málaráðharrin hevur so-statt nakað at hugsa umfyri tíðina, men – sumsagt, so er kvotan hvørkiviðtikin ella undirskrivaðí skrivandi stund.

    So kemur nakað, sumeg haldi vera áhugavert:Eg var uppi á ovastaloftiherfyri, og tá fann eg einposa av gomlum "Grøn-lands Posten", sum eghavi fingið frá vermóðir.Har stendur nógv áhuga-vert, og harímillum verð-ur skrivað um krabbafiski-skap.

    "Grønlands Posten" hós-dagin 3. februar 1966 hev-ur hesa yvirskrift: "Skuluvit byrja uppá krabbafiski-skap?" Rannsóknarskipið"Adolf Jensen" hevur trol-að eftir krabba við Godt-håb. Teir hava brúkt eitthummaratrol, og teir byrj-aðu við Qorkut, har taðvar grunt og bleytur botn-ur. Har var lítið at fáa –nakrir fáir krabbar og sonakað av svartkalva ogkongafiski. So fóru teir atroyna sunnan fyri Godt-håb á djúpri vatni, og tábar til, teir fingu okkurthálið upp í 600 stórar

    krabbar í ein tíma,og okk-urt hálið lá um gott 200krabbar. Teir størstukrabbarnir spentu um 80cm millum beinini, soprúðir hava teir verið! Dr.phil.Erik Smidt fortelur,attá teir byrjaðu at trolaeftir rækjum inni á firð-unum við Sisimiut, finguteir nógvan krabba sumhjáveiði,og tá byrjaðu teireina hermetikframleiðslu,sum eydnaðist væl, mentíverri minkaði krabbinskjótt, so framleiðslanhelt uppat av sær sjálvari.

    Sami E. Smidt skrivar, atá sumri 1964 gjørdu teirroyndir eftir rækjum íDiskovíkini; tað vóru trýskip:"Adolf Jensen","Dana"og so "Sujumut",sum KGHátti. "Sujumut",sum togaðieftir rækjum, var komin ábleytan botn, og tá troliðkom á borðið, var taðgravskitið av mógvi ogfult av krabbum. "Dana"fór so at royna, og teirtogaðu ein tíma á 300-320m,og gav hetta 577 stórarkrabbar. So fóru teir atroyna djúpari – 360 til370 m – og tað gav 361krabbar í ein tíma. "Suju-mut" fór so at royna ásama dýpi sum "Dana",360-370 m, og tað gavgott 200 krabbar. Teirhøvdu tvey hál, og teirløgdu til merkis, at yvirhelvtin av krabbunumvóru kallkynskrabbar.

    Tann 1155.. ffeebbrruuaarr vóru–6,8 stig við vindi ogkavaælingi, hann er út-nyðringur vestan í ættini."Helene L" kom inn atlanda 30,5 tons av livandikrabba. Teir hava drigið2.399 teinar, og tað gevur12,7 kg uppá teinin. Teir

    hava fiskað í 2½ samdøg-ur, og tað tekur gott eittsamdøgur hjá teimum atsigla til Sisimiut frá Ís-blinkinum av, tá veðrið ertil vildar.

    1177.. ffeebbrruuaarr vóru minus8,3 stig og stilli inni á,men væl av vindi úti á.Hann er útnyðringur íættini. "Helene L" bleivrikin norður til Asiaat atleggja krabban upp. Teirkunnu ikki taka ímóti øll-um teimum 70 tons-unum, sum tey bæði skip-ini hava inni.

    Tann 1188.. ffeebbrruuaarr vóru–11,5 stig og stilli inni á,men lot av suðri úti á."Nanok Trawl" kom inn ímorgun at landa. Teirhava fulla last – um 470tons – inni. Tað var einstuttur túrur,og teir roknavið at sigla til Eysturgrøn-lands í morgin. Teir havafrætt, at einkultir trolararhava havt gott fiskarí uppivið Dornbank. "Akamalik"hevur verið inni í Nuukog landað gott 475 tons,og teir fóru út aftur í dag.Annars verður sagt, attrolararnir, sum eru á vest-ursíðuni, hava yvirhøvurhavt góðan fiskiskap hesasíðstu tíðina. Onkrir trol-arar hava fingið gott 200tons uppá eina viku, ogtað er óført fiskarí. "Lóm-ur" var inni í Illulissat ígjár og legði um 80 tonsav ísaðum rækjum upp.Teir fóru út aftur í gjárs-kvøldið.

    Nú nærkast, at virkiðher í Sisimiut fer at opnaaftur fyri avreiðingum avrækjum. Tað sigst, at teiropna aftur tann 27. febru-ar, og so kemur meira lív í

    havnina hjá okkum aftur.Annars hava jollurnarskotið fleiri hvíthvalir.Tann eina dagin fingu teir7 hvíthvalir, og tað er nak-að, sum pengapungurinveksur av, tí teir seljahvølju fyri 130 kr. kg ogtvøstið fyri 40 kr. kg.Annars stóð ein mynd í"Grønlands Posten" her-fyri av einum náhvali, teirhøvdu skotið uppi í God-havn. Hann hevði tværstórar tenn beint fram úrkúluni, og tað er eittsindur sjáldsamt, at taðkemur fyri. "Louise L"kom inn higar í dag eftirfólki; teir hava verið íNuuk og sýnað fabrikkinaog eru á veg norður íNorðrara Streymfjørðin atroyna.

    Tann 1199.. ffeebbrruuaarr var –9,2stig og eitt lot av skiftandiætt. "H. P. Lypert" er einskeljabátur, sum RoyalGreenland hevur átt.Hann er nú seldur til eittannað reiðarí, og teirkomu inn higar í morgunat leggja tað sindrið, teirhøvdu inni, upp.Teir fóruúr Nuuk tann 10. februar,har teir hava sýnað verk-smiðjuna umborð, og sohava teir roynt norður-yvir; teir fóru norður tilNorðrara Streymfjørðin atroyna.

    "Sermitsiaq" skrivaði tann2200.. ffeebbrruuaarr,, at eitt rækju-virki hjá Royal Greenlandkoyrdi 9 tons av stórumrækjum fyri bakka, tí virk-inum manglaði arbeiðs-megi, og so er virkið altov lítið.Tað skal eisini sig-ast, at tað eru komin fleiristørri rækjuskip til Nars-saq, og so er tað rationer-að so, at teir liggja innieinar tveir til tríggjar dag-ar aftaná, at teir hava land-að.Tað verður nokk betur,tá virkið í Pamiut opnar íheyst, tí tá kunnu teir farahagar at landa. Teir havaein annan møguleika sumnú er, og tað er at siglanorður til Nuuk og landarækjurnar til Polar Sea-food. Ella eisini norður tilSisimiut, nú tá virkið opn-ar aftur, men sum teir sigahar suðuri, er rækjannógv størri enn norðurivið Sisimiut.

    Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum:

    Ísland hevði,eftir áheitan úr ES og Noreg,boðað tilsamráðingarfundar viðvíkjandi fyrisitingartiltøkumog fiskiskapi eftir norðurhavssild í 2004. Strandar-londini, sum luttaka í hesum samráðingunum, eruumframt Ísland, ES, Føroyar, Noreg og Russland.Fundurin var í Keypmannahavn 16.-17. februar2004.

    Tey 5 strandarlondini samdust um fiskiskapinfyri 1997 og hava síðani fram til 2002 gjørt avtalufyrst um heildarveiðu og síðani býtt kvotuna viðsama býtislykli øll árini – bæði millum londini ogvið at geva lutfalsliga somu atgongd til skip úr øðr-um pørtum at fiska í heimasjógvi.

    Semjan helt ikki, tá samráðingarnar fyri fiski-skapin í 2003 vórðu tiknar upp í St. Pætursborg íoktober 2002. Noreg noktaði at halda fram viðfimmparta-avtaluni, sum hevur verið grundarlagiðundir býtinum av norðurhavssild síðani 1997.Noreg kravdi sín part hækkaðan úr 57% upp í 70%grundað á, at norðurhavssildin mest er í, og verðurfiskað í norskum sjógvi – íroknað Jan Mayen ogSvalbard. Ongin av hinum pørtunum kundu góð-taka norska kravið og hildu fast við fimmparta-av-taluna. Hetta stríðið endaði so við, at partarnirhvør sær á vári 2003 gjørdu avtalu við Noreg um,at hvør parturin hevði fiskimøguleikar samsvar-andi upprunaliga býtinum,men at man samstundislat Noreg ein part av hesum afturímóti, at Noreggav fulla atgongd fyri restina av kvotuni at kunnaverða fiskað í norskum sjógvi.

    Føroyar og ES høvdu avtalað, at útgangsstøðiðfyri samráðingunum var lutfalsligur niðurskurður íkvotu hjá báðum pørtum fyri økta atgongd. ICEShevur mælt til, at fiskiskapurin verður samsvarandihesum veiðusetningi, og at veiðan í 2004 ikki ferupp um 825.000 tons.

    Føroyska samráðingarnevndin fór eftir at fáasomu avtalu aftur, sum var galdandi í 1997, og umhetta ikki var møguligt so at finna eina eina loysnfyri 2004, har virðið av sínámillum avtalu fór atverða samanborið soleiðis, at Føroyar fáa eins stór-an ágóða av avtaluni, sum Noreg fær. Í 3 lagi umeingin strandarlandaavtala fekst, so mugu Føroyarseta sær eina egnu kvotu grundað á semjuna í1996.

    Úrslitið gjørdist, at strandarlondini ikki kundusemjast um eina nýggja strandarlandaavtalu, tíNoreg kravdi 65% av heildarveiðuni í mun til 57%eftir avtalunum frá 1997-2002.

    Sostatt er eingin sildaavtala enn gjørd fyri 2004.

    1188.. ffeebbrruuaarr 22000044

    Fiskimálaráðið

    Samráðingar um fiskiskapineftir norðurhavssild í 2004

    Tenninar, sum náhvalurin hevurbeint fram úr kúluni, kunnuverða heilt upp í 2 metrar langar.Hetta er tó sjáldsamt.

  • Síða 9Nr. 313 - 11. mars 2004

    Tað er eitt undur, at Malmberg livir:

    Pápi var úr Sørvági ogkallaðist Mikkjal PauliSimonsen, og mammakallaðist Elsa Malena. Honvar úr Gásadali. Abbi,hann var av Henriksensættini, doyði umborð áeinum skipi í Vestmanna-sundi, og hann varð jarð-aður í Vestmanna. Ommavar av Hentze-fólkunum íSkopun.Hon kom helst tilSandavágs sum ung, og ersíðani endað í Gásadali.Børnini vóru smá, tá iðabbi doyði.

    Vit vóru fimm brøður,sum allir vuksu upp í Sør-vági. Áhugin hjá okkumøllum var til sjógvin.Longu meðan vit vóru ískúlaaldri, róðu vit út ávágni her í Sørvági – út áVág, sum tað varð rópt.Har var væl av fiski at fáa.Um 12 ára aldur sluppuvit til útróðrar við teim-um gomlu monnunum.

    Eg plagdi at hoyggjafyri Billu Mourits. Aftur-fyri slapp eg á flot viðhonum. Eitt summariðróði eg út við Lia Hansi, táhavi eg verið okkurt um13 ára gamal. Tað summ-

    arið tjenti eg 72 krónur.Tað varð nógv tá.So nógv-ur fiskur var, at vit orkaðuikki at draga undan.

    Eg gekk í skúla hjá D.Danielsen, men hugurinvar lítil til skúlan.Tað varum ta tíðina, at føroysktkom í skúlarnar. Jákup avSkarði var eisini lærari tá;men teir samdust ikki sovæl báðir. Danielsen vareinki fyri tí føroyska.

    Til skips við "Thor"27. desember 1933 fyltieg 14 ár, so um heystið,sum 13 ára gamal, fór eg

    at ganga til prest.Eg slappat ganga til uppá tað,at egskuldi aftur í skúla. Menum várið vildi eg sleppatil skips. Eg fekk so eintjans við sluppini "Thor"hjá Søren Nielsen.Tað varvið snøri. Thor hevðifingið motor, men egminnist væl, at eg slapp atgera seglini til. Vit bark-aðu seglini heimanfyrihandilin hjá Hugo Fjørð-oy á Sílatanga. Har stóðein lýsipottur, sum vitkundu kóka barkið í. Taðvar har, at Gamli Dávurhevði fiskahús. Hann

    bygdi fiskastykki har, ogsteinarnir síggjast enn.

    Gamli Dávur var ættað-ur úr Kvívík. Hann varfyrsti maðurin, ið hevðiegnan bát. Annars vórutað bert bóndurnir, iðhøvdu bát. Tað bleiv einstór sak burturúr tí. Bónd-urnir hildu, at hann hevðiforbrotið seg ímóti teim-um, tí teir hildu seg havaeinarætt til at reka útróð-ur við bátum. Seinni havieg leitað eftir sakini, menikki funnið nakað umhana.

    Eg fór so við "Thor" í

    1936. Vit fóru á Suður-landið, men vit vóru soóhepnir, at ein íslandstrol-ari nam við hekkuna áhenni – og somikið avroti var í, at hol kom á, sovit noyddust inn í Vest-mannaoyggjunum. Hað-ani gekk leiðin til Reykja-víkar, skipið skuldi á bed-ing, har reyvin bleiv aftur-gjørd. Tá var eingin pen-ingur, so tað var torført atsleppa heim. Men eina-ferð meðan við lógu har,kom "Drotningin". Vithøvdu fingið 10 krónurhvør í lummapeningi, sovit hildu væl til standa.

    Innilæstir íkatolikkakirkjuniÍmillum menninar, sumvóru við,var Eliesar Jacob-sen úr Sørvági. Hann ervæl kendur frá útróðri íGrønlandi. Vit vóru vin-menn báðir, hóast hannvar nógv eldri enn eg.Táið vit fóru í land, fylgdustvit altíð. Eg minnist eina-ferð, vit vóru farnir í land,og Valdemar Simonsen –tvs. abbi tann ValdemarSimonsen, sum í dag er

    bakari í Sørvági – varkomin við okkum. Vitkomu framvið katolikka-kirkjuni, og Eliesar helt, atvit skuldu fara inn athyggja at kirkjuni. Valde-mar og eg vóru báðirfremmandir, og vit hildutað vera eitt gott hugskot,so vit fóru inn. Komnirinn, fóru vit ígjøgnumeina hurð, sum førdi okk-um upp á loftið. Á veg-num møttu vit einum ís-lendskum pari, sum var áveg niður av loftinum.Vithugsaðu sjálvandi ikki umtað, men hildu leiðinafram upp á loftið.Tá ið vithøvdu verið har uppi íeina løtu, fóru vit niðuraftur. Men tá ið vit komutil hurðina, var læst. Ís-lendska parið, sum vitmøttu á veg upp á loftið,hevði ivaleyst havt lykilog stongt eftir sær. Núvóru góð ráð dýr. Eliesar,sum aldri var ráðaleysur,helt fyri, at vit skuldutveita klokkutoyið, bindaum miðjuna á honum oglora hann niður. Tað varðsjálvandi ikki gjørt – menvit vóru so hepnir, at vit

    Skotin niður av torpedo– og 36 tímar til lands

    Framhald á næstu síðu

    Vit hava havt samrøðu við Malmberg Simonsen úr Sørvági,sum hevur upplivað meira enn teir flestu á sjónum. Hann varvið "Tór 2", tá trolarin varð niðurskotin av týskari torpedo, oghann var ein av teimum trimum, sum við einum undri slapp fráhendingini við lívinum. Tað er fyrr greitt frá júst hesi hending.

    Men her er øll søgan samansjóðað í eina eind. Hetta er fyrstuferð, at ein frásøgn er frá sjólívinum hjá Malmberg sum heild.

    Vit lata Malmberg, sum nú er 84 ára gamal, sjálvan greiða frá:

    "Thor".Fyrsta skip sum Malmberg var við.

    Hetta er Vesturfarið, har tað var um reppið, at teir komu undan í ræðuligumillveðri í 1938, so sum Malmberg greiðir frá.Hendingin er eisini umrødd í Sigl-ingarsøguni hjá Páll J Nolsøe, bind 10. Her verður eisini sagt frá, at fleiri avmonnunum komu rættiliga til skaða av brotinum teir fingu. Skiparin Petur áSteig breyt beinið.

    Vanlagnan fylgdi hesum skipi. Í mars 1942 hvarv hon millum Føroyar og Ís-land og við henni fórust 8 mans.

    Malmberg og Herborg Simonsen.

  • Síða 10 Nr. 313 - 11. mars 2004

    Framhald á síðu 15

    funnu eitt sindur av 8mm snøri ella trolara-snøri, sum vit kallaðu tað.Vit bundu um miðjuna áEliesari og loraðu hannniður. Okkurt um einamanshædd frá gólvinum,var snørið komið á enda-num. Har var ikki annaðat gera hjá okkum enn atsleppa, tí ikki varð hugs-ingur um at fáa hann upp-aftur. Eliesar fór trillandisum ein állakringla inneftir gólvinum. Har máttihann so verða, tí hannslapp heldur ikki út hað-ani. Íslendska parið hevðieisini stongt ta hurðina.Nú varð einki at gerauttan at bíða. Klokkanseks kom ein nunna, oghon gjørdist ikki sørtkløkk av at síggja Eliesarhar inni og okkum báðaruppi á loftinum. Farið varsíðani til prestin at fáa einlykil, hann búði beint við.Síðani bleiv latið upp, ogvit sluppu útaftur.

    Leiðin gekk síðani um-borð aftur, men á vegoman helt Valdemar, athann skuldi keypa einpylsuenda til viðskera.Viðskeri var eingin um-borð uttan smør og suk-ur.Var avlop frá døgurða-num, varð tað sjálvandieisini nýtt til viðskera,men tað var ikki altíð, attað var nakað. At endakom "Drotningin", kendaferðamannaskipið hjáDFDS, og vit sluppu viðhenni heim til Føroya."Drotningin" legði inn áSørvág, og síðani komusmáir motorbátar eftirokkum. Glaðir vóru vit, táið vit komu heim.

    Sørin var farin yvir tilÍslands, hann hevði veriðsjúkur tað várið, og PalliJoensen, úr Kollafirði,hevði ført "Thor". Tumm-as hjá Juliusi hevði eisiniverið sjúkur. Hann skuldiumborð á "Havfarið",menhann fylgdist við okkumallan vegin og kom tískilongantíð umborð á "Hav-farið".

    Fiskiskapurin var stakvánaligur tað árið. Vitfingu ongantíð meir enntær 10 krónurnar, sum vithøvdu fingið í lumma-peningi í Íslandi.

    Til Bjarnoynna"Thor" kom heimaftur umólavsøku, og síðani varðriggað til næsta túr. Mein-ingin var at fara til Grøn-lands,men vit hálsaðu umog fóru til Bjarnoynna,ella Svalbard, við snøri.Tað var í 1936. Tann túr-urin lukkaðist ikki so vælhjá okkum, men summiskip fingu nógvan fisk.Hvør orsøkin var til, attað gekk so illa hjá okk-um, tað veit eg ikki. Leið-in gekk síðani heimaftur.Onkur av sluppunum

    máttu inn í Noregi, mentað nýttist ikki hjá okk-um. Vit høvdu nóg mikiðav provianti og tí, sumskuldi nýtast til heimferð-ina.

    Í 1937 var eg eisini við"Thor", tá var ein klaksvík-ingur skipari.

    Ræðuligt veðurÍ 1938 fór eg við "Vestur-farinum", sum Petur áSteig førdi. Meiningin var,at eg skuldi fara við"Thor",men av tí,at Jóhan-nes úr Sørvági, systkina-barn mítt, hevði fingiðkjans sum maskinmaðurvið "Research", fór eg við"Vesturfarinum".

    Vit fóru so yvir á Suður-landið.Vit fóru tíðliga, ogtað gjørdist eitt so ræðu-ligt veður, at hetta varðeitt minniligt vár. Í fyrraóveðrinum vóru vit áSelvogsbankanum, og harkomu vit út fyri, at vitfingu ein sjógv. Johan áMýruni var bestimaðurog Petur á Steig varskipari. Teir báðir vóru ístýrihúsinum saman viðAlberti úr Miðvági, tá vitfingu hendan sjógvin.Johan á Mýruni segði, athetta var ikki ein vanligursjógvur – hetta var eittgrunnbrot, sum vit fingu.Tað legði yvir mastrar-topparnar, og skolaði altburtur: Segl, lugarskapp-in, stýrihúsið og lasta-lúkan, tað fór alt. Men vitfingu so segl útyvir lúkur-nar, og samstundis fóruseks mans niður í lastinaat lempa salt í einakrubbu aftureftir, fyri atfáa skipið afturá. Tað varannars gjørt klárt til atkoyra fisk í krubburnar,men tað bleiv so ikki.

    Teir stúvaðu skottfjaliruppundir, so hvørt taðbrotnaði niður ígjøgnum.Teir sluppu ikki uppaftur, tí alt var neglt út-yvir.Tað varð neglt útyvirlugarskappan eisini, soher slapst heldur ikkiniður. Vit blivu so tríggir,sum um kvøldið fóru tilpumpurnar. Vit vóru eg,Niels Jacob og Karl Joen-sen.

    Vit stóðu líka til kl. 8um morgunin, tá var hontóm fyri sjógv.Tað var eitt

    langt pumputørn. Allirvóru upptiknir, tí mennin-ir, sum stóðu í stýrihus-inum, vóru so illa farnir.Teir fingu hvørki sitið ellaligið. Um morgunin, í títað lýsti, sóu teir, at vitróku á Einars drang. Einkisegl var uppi – tað var altslitnað niður. Fokkufallið,t.v.s. línan til fokkuna,sum var fremsta segl, varslitnað. So mátti nýttfokkufalli skerast í aftur.Spurningurin var, hvørskuldi fara upp. Tað, sumstakið hekk á, var brotnaðniður. Stakið var so leyst,og masturin livdi so nógv,at tað var næstan ómøgu-ligt at fara upp. Men sovar tað ein maður úr Sør-vági, hann kallaðist HansMartin. Hann segði, athann skuldi fara upp.Hann fór upp, og var somikið skilagóður, at hanntók ein lissuenda og bantum miðjuna á sær. Hannhevði ein stubba framm-anfyri sær, so hvørja ferðskipið rullaði á lu, sovavdi hann endan umseg, og so hekk hann íhesum endanum. Hannfór tvær ferðir upp. Fyrruferð kvettist fallið avaftur, men seinnu ferðhelt, og vit fingu hetta írættlag.

    Vit komu so inn tilhavnina í Vestmanna-oyggjunum, men sluppuikki til bryggju. Menninirblivu sostatt førdir í land íeinum báti. Men tá taðleið út móti kvøldi, komuteir út aftur, og vit sluppuinn. Glaðir vóru vit, tá vitvóru í havn.Tá var veðriðbatnað.

    Samanbresturvið "Fossanes"Eg veit ikki, um tað varblivið myrkt um kvøldið,tá herjaði á aftur. Hettavar faktiskt tað verra veðr-ið.Tað var ikki meira ennein løta millum bæði veðr-ini. Tá tað seinna veðriðvar av, tá kom ein Fleet-wood-trolari inn. PápiKarl hevði ofta eingilsk-menn at fiska síl. Teirgistu hjá honum, og sofiskaðu teir síl á vatn-inum, so Karl dugdi eittsindur av enskum. Harkom ein ungur maður og

    segði honum, at "Fossa-nes" var farin.Teir høvduhavt samanbrest við "Fossa-nes". Øll lúnningin mill-um gálgarnar lá á dekk-inum."Fossanes" var horv-in og einki spurdist aftur."Fossanes" hevði telefon,og teir skuldu tosa kl. 6um kvøldið. Øll vóru sospent at hoyra, hvat honsegði, men hon komongantíð fram. Skipini,sum høvdu telefon, róptuøll.Tað vóru serliga garna-skipini. Hon var farin viðgørnum um várið,og okk-urt annað skip var haryviri eisini.

    Men fyri at koma afturtil hetta grunnbrotið, sumvit fingu: Eg havi hoyrt, atnú teir hava hesi góðutólini,hava teir funnið eintind á Selvogsbankanum,sum stingur so høgt upp.Vit eru helst komnir yvirtann tindin.Tað eru mongskip, sum eru komin yvirtað økið, sum hava fingiðdyggar stoytir av tí.

    Tá so summarið kom,fór eg yvir til Grønlandsvið "Vesturfarinum".

    Men tað vísti seg, at hervar ikki eydnan við, so-leiðis sum hon plagdi atvera. Stýrihúsið var farið íumrødda illveðrinum, sonú var einki stýrihús. Pet-ur á Steig førdi skipið, oghann var faktisk so íðin,at hann ætlaði sær avstaðaftur við skipinum, hóasttann ringa túrin framman-undan. Men hann var ikkitann sami Petur, sumhann hevði verið. Vitfingu ikki so nógvan fisk,sum vit høvdu fingiðframmanundan. Vit land-aðu eitt sindur til damp-arar, men so varð fariðheim.

    Á heimferðini var lítiðgott at fáa. Vit fingu einmargarinpakka í part –tað var tað, sum vit finguí einar 14 dagar.Afturat tívar nakað av keksi, eittsindur av mjólk og okk-urt var tó til døgurða.

    Men so ein seinnapart,fór ein at lokka havhest.Tá var vindurin blivin sonógvur. Tað varð lagtbakk, og hesin lokkaðiein havhest í part. Vitvóru 31 mans, og so bleivskrællað og koyrt í grýt-

    una. Tá kókað varð, fekkhvør maður sín havhest.So helt hesin, sum hevðilokkað, skrællað og kók-að, at tað var best atroyna soðið. Tað bleivjavnað eitt sindur avmjøli útá. Hetta varð einso góð máltíð, sum vitikki høvdu fingið á túr-inum.Vit komu so heim íøllum góðum.

    Setti pening í "Tór 2"Í 1939, fyrst í árinum,vóru teir í ferð við attekna partapening til"Tór 2". Tað var Jens av

    Reyni í Havn, sum stóðfyri tí arbeiðinum. Faktavar tað, at so góðan hug,eg hevði á snørinum, einsgóðan hug hevði eg atsleppa burtur úr tí – ogher var ein kjansur at setaeina "aktiu" í fyri atsleppa við trolara. Menpengar vóru eingir, sookkurt mátti gerast. Táeingin inntøka var, sovóru eingir pengar. Táhelt elsti beiggi mín,Mourits, fyri, at hannskuldi fara til D. Daniel-sen, tann kendi læraranog sambandsmannin, atlæna mær fyri aktiuna; sokundi hann fáa tað aftur,tá avrokningin kom.Hannlat hesar pengarnar uppáblankt andlit. D.D. varóførur soleiðis. Hannlænti pengar til fleiri. So-leiðis fekk eg eitt parta-bræv í Tórfelagnum. Eghaldi, at "aktian" var kr.500. Hetta var tætt viðeini ársinntøku hjá fiski-manni tá í tíðini, oghenda upphædd var eis-ini stórur partur av árslønhjá lærara.

    Eg fór so við "Tór 2".Tá

    Tór II.

    Jesunavnið aldri bliknar,slítist ei av tíðar tonn,Jesunavnið aldri viknar,Guds orð eru ævigt sonn.Tað ber boð til ung og gomul,gevur lív og frið í sál,og tað savna kann øll somul,leiðir sálir fram á mál.

    Eg má elska Jesunavnið;frelsu, frið í tí eg fann,andans eld fekk í hans favni.Eingin frelsir uttan hann!

    Jesunavnið vakurt ljóðar,lat tað ljóma her á fold!Hann ta stóru gávu bjóðar,sælan frið til óreint hold.Óndskapur tað navn má skýggja,lygn og hatur flýggja má.Jesu navn vil rættferð síggja,tað Guds ríki bygt er á.

    Í tí myrku nátt áminnirsum ein viti Jesu navn,og hvør hjálparleysur finnurinn í tryggu himmalhavn.Og tá sólin meir ei skínur,lýsir Jesu navn á nátt,og hin frelsti flokkur trínurfyri Gud og syngur hátt.

    ((AA.. PPeetteerrsseenn ttýýddddii))

    Petur Háberg greiðir í síni bók "Søgur um Sangir",sum kom út í 1979, frá søguni, um tá hesin sangurvarð sungin umborð á "Tór 2", beint áðrenn skipiðvarð torpederað.

    Søguna hevur Petur fingið frá Malmberg. Peturarbeiddi nevniliga á skrivstovuni hjá Tór-reiðarí-num, og Petur og Malmberg vóru væl alla tíð, ogteir prátaðu ofta saman.

    Um sangin skrivar Petur annars, at hann er yrkt-ur av David Welander, sum var norðmaður. Hannlivdi frá 1896 til 1969. Sangurin er skrivaður í1922.

    Jesunavnið aldri bliknar...

  • Síða 11Nr. 313 - 11. mars 2004

    Hendan kreppan hevureisini merkt virksemiðhjá Danmarks Fiskerifor-ening, sum er meginfelag-ið hjá donskum fiski-monnum. Hetta felag erskipað eins og MeginfelagÚtróðrarmanna, sum erfelag av bæði manning ogteimum, sum eiga bátar-nar.

    Danmarks Fiskeriforen-ing hevur 75 lokal feløgkring Danmark, og saml-aða limatalið er um3.500, sum eru bæði fiski-menn og bátar. Felagiðhevur eitt – eftir støddini– sera umfatandi virk-semi, og tí eru eru heili35 fólk, sum hava havtstarv her. Millum hesi ermanningin á blaðnumFiskeritidende, sum kem-ur út einaferð um vikuna,og sum er eitt gott fiski-vinnublað. Annars havateir eisini fiskifrøðingar ístarvi og t.d. umhvørvis-serfrøðingar, so felagiðhevur verið væl fyri atgrundgeva fyri sínumsjónarmiðum.

    Men nú eru seglini rep-aði, so tað munar.Av hes-um 35 starvsfólkum eru21 uppsøgd.Tað sá nevni-liga so svart út, at varðhetta ikki gjørt, vóru útlitfyri einum halli uppá 4mill. í 2004. Nú vóna teirat fáa javnvág í roknskap-in í 2005. Roynt verður tóat útvega teimum upp-søgdu arbeiði aðrastaðnivið somu uppgávum, sovitanin framvegis skalvera tøk.

    Umsitingin hjá felagn-

    um hevur higartil ligiðbæði í Keypmannahavnog í Esbjerg.At hon eisiniliggur í Esbjerg hevursína søgu. Í 1934 komklovningur í tað, sum tákallaðist Dansk Fiskerifor-ening.Tað vóru fiskimenná vesturstondini, sumfóru úr og stovnaðu Vest-jydsk Fiskeriforening, sumseinni broytti navn tilDanmarks Havfiskerifor-ening vísandi til, at taðvar hetta felag, sum um-boðaði tey stóru skipini.Høvuðssætið hjá hesumfelag var í Esbjerg. Mendanskir fiskimenn ásann-aðu, at skuldu teir hava

    nakra ávirkan, máttu teirarbeiða saman, og feløg-ini vórðu samanløgdaftur, soleiðis at umsiting-in í Esbjerg skuldi haldafram. Men nú verðurskrivstovan í Esbjergniðurløgd eftir 70 ár.Hetta verður tó ikki rokn-að fyri at vera meir ennein ímyndarlig vanlukka.Eitt av stóru lokalfeløg-unum er Esbjerg Fiskeri-forening, og teir hava taumsiting, sum tørvur er áí Esbjerg.

    Skrivstovan í Keyp-mannahavn verður eisiniminkað munandi. Virk-semið hjá Danmarks Fisk-

    eriforenng verður flutt tilKoldingleiðina í Jútlandi,har Producentfelagiðlongu er. Hetta er tannfelagsskapur, sum umsiturminstaprísskipanina hjáES, og har eisini allir fiski-menn eru limir.

    Annars er DanmarksFiskeriforening nógv merktav rembingum. Felagiðumboðar, ella hevur um-boðað,allar veiðubólkar –heilt frá nótaskipum ogtil jollur. Royndirnar vísa,at tað ber ofta illa til atgera hesum báðar bólkarnøgdar í senn. Nakað her-fyri vóru tað tey størruskipini, sum hildu seg

    vera fyri vanbýti. Hettaskapaði slíka órógv ífelagnum, at formaðuringjøgnum 10 ár, BentRulle, legði frá sær ogThorkild Førby varð vald-ur í hansara stað.

    Beint nú eru tað teirsmáu bátarnir, sum følaseg vera fyri vanbýti, sotað er ikki lætt at gera við.

    Politiskt hava teir berteina loysn fyri kreppuni,og tað er stuðul til upp-høgging fyri at minkaflotan.Hetta hevur merkt,at danski fiskiflotin longunú er bert ein brotsparturav tí,hann hevur verið,ogloysnin í verandi kreppu

    er framvegis meira upp-høgging og ein enn størriminking av danska flota-num, so her verður minniog minni eftir.

    Hetta hevur nú eisiniført til skerjing av megin-felagnum hjá donskumfiskimonnum.

    Kreppa hjá donskum fiskimonnum:

    Felagið hjá teimum uppsigurstørra partin av starvsfólkunum

    Danski fiskiflotin spennir sera vítt. Nú um dagar fingu teir størsta fiskiskip í Danmark, sum er 57 metur langt.Tað er bygt í 1995 oghevur hoyrt heima í Hetlandi.Tað tekur 1400 t. av ídnaðarfiski. Og kostnaðurin er 92 mill.

    Í Norðurjyllandi hava teir onga havn og draga bátarnar uppá sandin hvørtkvøld. Her á Thorup Strand. Allir bátarnir eru afturkomnir og er tryggari enn í nøkrum bátahyli!

    Meðan tað má sigast at hava gingist hampiliga væl hjá føroyska fiskiflotanum seinnu árini, hóastafturstig í 2003, so hevur verið áhaldandi kreppa í donsku fiskivinnuni í fleiri ár. Hetta sást ikkiminst í 2003, tá veiðivirðið fall frá 3,8 milliardum í 2002 til 2,8 mia í 2003.

  • Hann lat sera illa at støð-uni. Fiskivinnan á leiðinihevur í fleri ár verið fall-andi, og her hendir taðsama sum í Føroyum, távit eisini høvdu okkarastóru kreppu: Fólkataliðminkar!

    Ein orsøk fyri gongdinivar tann, at fiskivinnuum-sitingin liggur í høvuðs-staðnum inni í landinum,og har hava tey ongakenslu av, hvat ið ber tilog hvat ið ikki ber til, tátað ræður um fiskiskap.Tíverður fiskivinnan kvald íumsiting og ósmidligumreglum.

    Vit hava havt sambandokkara millum síðanihesa vitjan, og herfyrifrættu vit aftur frá DesNobels. Men tað eru ikkigóð tíðindi,hann hevur at

    bera. Støðan er stórt sæðenn eins ring og tá vithittust, og orsøkirnar erutær somu.

    Vit hava eisini fingiðsendandi blaðið hjá teim-

    um "The Fisherman". Hersæst, at í summum førumhava vit somu áhugamálog trupulleikar, og í øðr-um førum er tað beintøvut.

    Somu trupulleikarí rækjuvinnuniMillum annað hava teirsomu trupulleikar sumvit í rækjuvinnuni,og sagtverður í eini grein, at

    nógv rækjuskip liggja,vegna teir lágu prísirnar.Av 245 skipum og bátumvið rækjuloyvi, eru bert82, sum hava landað ífarnu sesong. Sum dømi

    um niðurgondina verðurnevnt, at í 1999 vóru 180før, sum vóru virkin í hes-i veiðu. Talið á virknumbátum er farið niður íminni enn eina helvt.

    Tíðindi úr Canada:

    Eingin bati hjá fiskimonnumSeinasta heyst høvdu vit eina frásøgn frávitjan hjá Fiskimannafelagnum á vestur-strondini í Canada. Vit vitjaðu fiski-vinnubýin Prince Rupert, nærindis mark-inum til Alaska, har vit hittu Des Nobels,ein av álitismonnunum hjá fiskimonnumhar á leiðum.

    Síða 12 Nr. 313 - 11. mars 2004

    Des Nobels, álitismaðurhjá fiskimonnum, leturilla at canadiska fiski-vinnupolitikkinum.

    Her fer feskur laksur til fiskamjøls-framleiðslu í Canada.Tað sigur nakað umkreppuna, sum hevurrakt canadiskar ogeisini amerikanskarfiskimenn vegnalága prísin.

  • Annars eru tað mestbummtrolarar, sum veiðarækjur. Hesir er 70% með-an lemmatrolarar eru 30%.

    Minkandi talið av bát-um í vinnuni hevur eisinieina aðra avleiðing. Taðskal gjaldast ein upp-hædd fyri fiskiloyvi, sumskal svara til útreiðslurnarav almennu umsitinginiav veiðuni. Færri bátarnirverða í vinnu, tess færriverða teir eisini um atgjalda samlaðu upphædd-ina.Tí fór gjaldið fyrst úr$1.000 upp á $1.500, ogroknast kann nú við,attað fer upp á $2.000, ogtað kann – um illa vil til –fara heilt uppá $4.600, soher er talan um eina óndaringrás, sum bert kanngera støðuna verri hjáteimum, sum eru eftir.

    Keyparar av rækjumvilja nú gjalda eina upp-hædd pr. kg. í ein grunn,sum skal nýtast til athjálpa uppá hendantrupulleikan.

    Ikki somu áhugamálí laksinumHinvegin kann sigast, atvit sum samfelag havaheilt onnur áhugamál enncanadiskir fiskimenn, tátað snýr seg um laks.

    Veiða av laksi man veraeitt høvuðsgrundarlagfyri fiskimenn fram viðKyrrahavsstrondina í Am-erika. Her hava teir eisini

    kent sviðan av teimumlækkandi laksaprísunum,sum eisini hava rakt villanlaks. Sum vit greiddu frá íokkara frásøgn frá fiski-vinnuni í Canada seinastaheyst, er støðan so vána-lig, at laksur av besta slagií summum førum verðurmalin til fiskamjøl. Viðgóðari grund geva hesirfiskimenn teirri nógvøktu alingini skuldina fyrihesa støðu.

    Fiskimenn hava so bertein møguleika og tað erat vísa á, at villur laskur erbetri og sunnari enn tannaldi. Á henda hátt viljateir hava forbrúkaran attaka tann villa laksinframum, og kanska eisiniat gjalda meir fyri hann.Ein háttur er, at fáa mat-stovur at lýsa við, at tærborðreiða bert við villumlaksi; hetta verður eisinigjørt.

    Teir hava tískil gjørt einfaldara, hvørs høvuðsboð-skapur er, at "aldur laksurer vandamikil", tí hann erfullur av "øllum lorti"mótsatt tí villa laksinum.Teir hava enntá fingið særeina heimasíðu, sum eiturwww.farmedanddangerous.org, "aldur og vanda-mikil" har sjónarmiðiniverða útgreinað.

    Herfyri kom fram einvísindalig frágreiðing íUSA um, hvussu vanda-mikil aldur laksur er.

    Henda frágreiðing, sumhevur verið nógv umrøddí fjølmiðlunum, kom illavið hjá okkum, men hjáfiskimonnum vestantil íCanada, og í Amerika ann-ars, kom hon sum eingáva frá himli. Tí er taðikki so løgið, at "The Fish-erman" ger nógv burtur

    úr hesi frágreiðing. Teirsiga, at hon váttar tað,sum teir sjálvir hava sagt íáravís um hetta evnið.

    Tað er helst skeivt hjáokkum at stinga høvdið íbuskin.Tað má gerast nak-að veruligt, fyri at minkaum tey heilsuskaðiliguevni, sum finnast í laksi,

    um tað so bert er í smá-um nøgdum.Hesin spurn-ingur var eisini uppi ogvendi á Ráðstevnuni hjáRubin, sum var umrødd íseinasta blað, og ein avfyrilestrunum snúði segum hvussu tað bar til atreinsa fóðrið, so innihald-ið í laksinum av slíkum

    evnum kundi minka.Hóast ymisk áhugamál í

    ávísum førum, so vilja vitynskja canadiskum fiski-monnum, at teir skulukoma burtur úr teirrakreppu, og vit vænta atfrætta frá teimum, hvussutað gongst.

    Síða 13Nr. 313 - 11. mars 2004

    Hetta er forsíðan á faldaranum við boðskap-inum um, at aldur laksur er vandamikil.

    Høvdið á The Fisherman.

  • Síða 14 Nr. 313 - 11. mars 2004

    Tað blivu bert 6 vikurmillum beiggjarnar Ismarog Jakku. Báðir komu atvera á Vesturstovu teirraseinastu ár, og báðirmynstraðu av í senn.

    Jakku var ein álitismað-ur hjá verkamanninumum ein háls. Sum so nógv-ir fór hann til skips blað-ungur, og hann sigldifram til 1962, tá hann varvið "Sporinum" úr Gøtu.

    Jakku var sóknarfor-maður hjá FF í fleiriskeið, og í 14 ár var hannformaður í FuglafjarðarArbeiðsmannafelag. Hannumboðaði eisini hetta

    felag í Havsild, sum varupprunafelagið til Havs-brún. Í sínum størvumvar Jakku ein skilamaður,sum hóvliga arbeiddi fyrisíni søk.

    Jakku giftist við Mariu,sum eisini var úr Fugla-firði, og sum bert gjørdist63 ára gomul. Tey áttusonin Magna.

    Friður verið við minni-num um Jakku.

    Nú er Jakku eisini farin

    Hendan myndin av teimum fýra beiggjunum varðtikin í 2001. Teir eru frá vinstru Ismar, Jakku, Si-donus og Julius. Sidonus er 90 ár og Julius er 93 ár.

    Í seinasta blað kundu vit boða frá, at Johan Dahl útfrá okkara sjónarmiði hevði fingið eina góða byrj-an sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tanngóða byrjanin var, at hann ein av teimum fyrstudøgunum í starvinum hevði sett seg í samband viðFiskimannafelagið, har lunnar vórðu lagdir undireitt gott samstarv.

    At Johan vildi nakað sæst eisini av grein her íblaðnum, har hann – effektivur sum hann í hvussuer hevur orð fyri at vera – hevur tikið ítøkilig stigfyri at kanna, um møguleikar eru fyri at varðveitarækjuflotan.

    Men endin var ringur, og tað er ikki nógv, sumskal sigast um hetta beint nú.Vit vilja í hvussu ertakka Johan fyri góðan vilja.

    Síðan vilja vit ynskja Bjørn Kalsø vælkomnan ístarvið, og okkara tilboð um samstarv við JohanDahl er eisini galdandi fyri hann.

    Lærdir av royndum kunnu vit siga, at tað hevuralstóran týdning fyri ein landsstýrismann á hesumøki, at hann hevur eitt neyvt samband við partar-nar í fiskivinnuni. Hetta er ikki minst galdani, umein ikki frammanundan er meinkunnugur innanøkið. Fiskivinnan kann ljóða sum eitt einfalt orð.Men hon er nógv meira kompliserað, enn ein van-liga hugsar um. Her verður nógv at taka støðu til,og tí ræður um, at øll sjónarmið eru á borðinum.Tað er eingin skomm hjá landsstýrismanni ar lurtaeftir vinnuni. Tað munnu vera fleiri dømi um, atjúst hon, íroknað FF, er komin við loysnum á stór-málum.

    Nýggi landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, kemur úrSyðradali á Kalsoynni;eini av landsins minstu bygd-um, har sjógvurin hevur verið grundarlagið í øldir,sum tað eisini sæst á minnisvarðanum í bygdini.

    Hann er sonur Sólmay og Stefan Kalsø.Stefan varættaður av Húsum, meðan Sólmay var dóttir tagomlu jarðamóðrina Konstansu, f. Isaksen, í fyrrugiftu. Hon giftist aftur við Óla Joensen, sum dattoman á fjalli í 1949.

    Hetta er onnur setan hjá Bjørn sum bygdaráðs-formanni í Húsa sókn, sum eftir støddini er ein vælrikin kommuna. Tað besta dømið um hetta eruskúlaviðurskiftini. Kanska kundi Bjørn verið upp-lagdur at hava útjaðaran sum málsøki aftrat fiski-vinnuni.

    Okkara keldur í Kalsoynni bera Bjørn, at hann erein skilamaður. Hetta munnu veljarar í Norðoyggj-um eisini halda! Annars hevur hann tað til felagsvið Johan Dahl, at báðir eru ættaðir frá HarraKlæmint. Men tað er ein onnur søga.

    Góð byrjanog ringur endihjá Johan Dahl

  • Nr. 313 - 11. mars 2004 Síða 15

    várið kom í 1939, fóru vityvir á Suðurlandið á salt-fiskaveiðu. Jákup á Trøðnivar skipari. Tá kolið varuppi, høvdu vit eini 50tons av fiski inni. Vitmáttu so fara heim aftur,og so varð gjørt til at faratil Bjarnoynna. Ein, sumkallaðist fyri Hans EdvardOlsen av Argjaboða, varstýrimaður. Eitt vælsignaðfólk; hann var so góðurvið okkum ungu. Hannhevði siglt við eingilsk-monnum, og hann hevðiverið yviri í Norra eisini. Í1938 haldi eg tað var, athann sigldi við norð-monnum. Vit bunkraðu íTromsø, men tann seinnatúrin brast 2. heimsbar-dagi á.

    Vit vóru tó heimkom-nir, áðrenn bardagin brastá í september 1939. Távar komið so langt út áheystið. Báturin fór so tilísfisk, men tá var eg ikkivið.Tað skuldu vera færrimans við á ísfiskaveiðu.Teir vóru einir 30 á saltiskog 21 á ísfisk. Men so í1941 var eg við. Vit fisk-

    aðu undir Íslandi ogseldu í Bretlandi.

    LagnutúrurinÍ 1942 fóru vit avstaðaftur, og vit lógu í Kolla-firði.Tá kvøldið kom, fóruvit heim á Stykkið, Karlsvágur og eg. Vit fóru soav Stykkinum aftur ogoman til Kollafjarðar ogumborð. Men tá sigurKarl: "Malmberg, tú kem-ur at liva, og eg komi atdoyggja". "Tvætl", sigi eg.Hann hevur haft okkurtánilsi, tí hann segði hettavið meg aftur seinni. Mensum tað hevur sæst viðøðrum slíkum frásagnum,kundi hetta ikki steðgahonum. Vit fóru so tanntúrin, og hann gekk væl.Vit seldu í Fleetwood,lógu nokk einar tveir dag-ar har, og so fóru vit av-stað aftur. Kósin varð settbeinleiðis úr Fleetwoodog upp til Vestmanna-oyggjarnar uppá at faranýggjan túr.

    Tá vit vóru 80 fjórðing-ar úr Vestmannaoyggj-unum hendi tað.Tað hev-

    ur verið um kaffitíðinaella so. Eg hevði frívaktog hevði fingið mær kaffi.Nú hyggi eg aftur eftir, tíundir krígnum var líkaumráðandi við skipi athyggja aftureftir, sum athyggja frameftir, tí vandinkundi vera báðumegin.Eg hugdi aftureftir og sátornið á hesum kavbát-inum. Helt, at eg skuldifara upp á brúnna. Eglænti kikaran og kikaði.Jú, tað var ein kavbátur.Eg segði so frá tí, eg sá.Men so fór eg fram í lug-arið, og har vóru mennstaddir.

    Tað kann ein og hvørímynda sær, at tað hevurikki verið stuttligt at bíðaeftir deyðanum. Ein kannfaktisk siga tað so, at vitbíðaðu eftir deyðanum.Vit vistu, hvat ið kundihenda. Hetta var nevni-liga ein kavbátur, sumjagstraði okkum. Taðkendist ein slík órógv ámonnum. Men eg tørnaðikortini inn og sovnaði. Sotá tað var gingin ein tíð,tað munnu hava verið

    einir tveir tímar, so hoyr-du vit nakað. Tað ljóðaðisum ein motorur. Tá vartað ein torpedo, sum varðskotin eftir okkum. Honrakti ikki og fór framvið.

    Ein rotta var umborð.Hon man eisini hava føltsær okkurt, tí nú kom honknappliga í lugarið ogrann millum beinini ámonnunum. Men honfekk frið.

    Av monnunum minnisteg Rasmus Joensen, eineldri eiðismann. Rasmuslá í koyggjuni og las íBíbliuni.

    Tá kom hann, sumhevði útkikk á stýrihús-takinum niður í lugarið.Hetta var Jens ChristianHammer úr Søldarfirði.Tað var um 5-tíðina seinna-partin. Jens Christian tókhina føroysku heima-missónssangbókina ogblaðaði upp og fór atsyngja: "Jesunavnið aldribliknar, slítist ei av tíðar-tonn". Hann sang hann atenda, og tá ið hann latbókina aftur – eg síggihann fyri mær enn, hóast

    tað eru meira enn 60 ársíðani – og hann legðibókina inn á hyllina aftur,tá brast! Alt gekk seraskjótt fyri seg. Hvussuskjótt, ja, tað hava ikkiverið minuttir. Tað var,sum alt fór í knús, so sumskottið niður í lugarið.Báturin rullaði á bakborð,og tá hann so aftur rullaðiá stýriborð, fór hann. Soskjótt gekk alt fyri seg.Helst er allur botnurinfarin undan bátinum. Egstóð á dúrkinum og datt ádúrkið.Ljósið fór,men taðvar opin eldur í lugar-inum, so eg sá so frægt, ateg fann. Tí fekk eg í tísama vent mær móti leyt-aranum. Eg slapp upp ogundan bakkanum og varsloppin aftur um hann, táfór bakkin undir, so taðvóru sekund, tað snúðiseg um. Báturin sýgur sonógv niður, og tá hannsøkkur, so sýgur hannokkum við. So hopið varnæstan úti um at komauppundan aftur.

    Gud legði sínkjálka at mínumTá kom fram fyri meg:"Gud mín, Gud mín, hvíer tú farin frá mær".Og tá,ja, tað ljóðar ótrúligt. Gudkom til mín og segði: "Egeri hjá tær". Og hannlegði sín mjúka kjálkaafturat mínum. Hann vareisini mjúkur, kjálkin – ogeg kenni sama fløvanenn.

    Men tað, sum bjargaðistøðuni nokkso nógv var,at eg hevði mist knappiní buksunum. Eg hevði sofingið mær eina nál ogsett knappin uppíaftur.Men eg hevði ikki knapp-að hann uppá selan aftur.Tað hevði eg ikki tíð til, tíhetta hendi so knappliga.So royndi eg at berjast,fyri at sleppa upp úr sjó-num og upp í vatnskorp-una aftur.Tá misti eg bæðistivlar og buksur,og hettagjørdi tað lættari atsleppa uppeftir. Hettahevur kanska verið avger-andi fyri, at eg bjargaðist.

    Jens Chr. Hammer,Søldarfjørður – 27 ár.

    David Magnussen,Kvívík – 46 ár.

    Iver Iversen,Kvívík – 32 ár.

    Rasmus Joensen,Eiði – 52 ár.

    Joen Dam,Argir – 31 ár.

    P. Sofus Thomsen,Kollafjørður – 37 ár.

    Esmar Christiansen,á Stykkinum – 39 ár.

    J. Sofus V. Jensen,á Stykkinum – 37 ár.

    Carl Samuelsen,á Stykkinum – 26 ár.

    Joen Peter Joensen,Langasandur – 50 ár.

    Joen J. C. Jensen,á Stykkinum – 31 ár.

    Frank Jacobsen,Skopun – 24 ár.

    Martin Hansen,Leynar – 28 ár.

    H. P. J. E.TheodorJoensen, Eiði – 28 ár.

    Alfred Tage Hansen,Kollafjørður – 23 ár.

    S. P. M. Petersen,Funningur – 24 ár.

    Hans Peter Egholm,Streymnes – 22 ár.

    Joen Poulsen,Ljósá – 48 ár.

    Hesir fórust við “Tór II” tann 7. september 1942:

  • Sum tað leið út á summar-ið 1942 mentist verjanhjá amerikanarum mótiáganginum frá týsku kav-bátunum.

    Fimti parturin av stríð-num um Atlantshavið tókseg upp í august. Bæðibretar og amerikanararhava sett nógv fleiri flog-før og serliga skipaverjutil at verja skipafylgi ogleita upp týskar kavbátar.Men hesar verjuskipanirrøkka ikki tvørtur umAtlantshav, og tí tekurflotaleiðslan til tey ráð, atkavbátarnir skulu í flokkileggjast eftir skipafylgj-unum í tí "óvarda hol-inum", teir kallaðu, harfylgini eru uttan verju fráflogførum.Men tá kavbát-arnir leypa á nærri landi,skulu teir skipa sínar at-sóknir hvør sær.

    Í september 1942 vóruongantíð færri enn 20týskir kavbátar á veiðu-ferð í Norðuratlantshavi ísenn. Ein teirra, sum varsendur norður um Føroy-ar, var U617, sum Oberst-leutnant zur See, Brandi,førdi.Hann fór úr Kiel 28.august,og 4. september láhann mitt í minubyrging-ini út av íslendska Eystur-landinum og lúrdi eftirskipum at søkka.

    6. september skrivarBrandi í dagbókina kl.1030, at hann hevur taltbrestir av 70 søkkbumb-um. Hann otar seg vestur-yvir. Á miðdegi ger hannupp, at teir seinasta sam-døgrið hava siglt 120fjórðingar. Klokkan 0900síggja teir ein oyðaranorðanfyri, umleið 5000metrar burtur. U617 ferdjúpari, og teir hoyra eittskip sigla uppi yvir særog hoyra eisini brestir avsøkkbumbum víða um.Klokkan 2005 eru teiraftur uppi. Tíðliga ámorgni 7. septembersiglir U617 í ein útnyrð-ing. Ættin er útsynningurmegi 4-5.

    Kl. 1040 koma teir uppog síggja ein royk í213 gradir. Ferðvarð sett á ogsiglt eftir

    roykinum, men teir mistuhann burtur.

    Kl. 1225 rakar U617 viðein royk forút, og eitt tví-mastrað skip við skor-steini kemur til sjóndar.Skipið krússar ójavnarteinar.

    Kl. 1245 brotnar einventilur á stýriborðsmot-ori umborð á U617. Teirverða tí noyddir at leggjastilt í tveir tímar, meðanvælt verður um motorin.

    Meðan teir liggja ogreka, kemur eitt fjarrit tilBrandi, sum gevur honumboð um at fara vestur umAtlantshav á leiðirnareystanfyri New Found-land. Motorarnir fóru soaftur at ganga, og tað tek-ur ikki langa tíð hjá U617við sínum 17 mílum umtíman at taka hitt tví-mastraða skipið, sumsigldi 10 míl, aftur.

    Kl. 1643 kavar hann ogætlar at torpedera skipið,men beint áðrenn Brandiskuldi loysa torpedina av,broytti skipið kós , so atBrandi misti siktið. Skipiðsum krússaði fyri at verjaseg var "Tór 2".

    Kavbáturin kavaði so

    aftur og helt á at elta trol-aran. Soleiðis sigldu teir ígóðar 4 tímar. Tá heltBrandi líkindi vera fyri at-sókn og hann kavaði aft-

    ur. Samb. dagbókini hjáBrandi var kl. tá 2115.

    Umborð á kavbátinumvóru allir mans tilreiðar,og tá klokkan var 2159,

    skeyt hann tvær torpedo-ir – fyrst eina úr røri 1 ogsíðan hina úr røri 2 – eftirhavnartrolaranum, sumvar 800 metrar burtur.

    Umborð á U617 hoyrateir ein stóran og ein lítl-an brest. Brandi fór núupp og segði seg síggjatríggjar bjargingarbátar,fýra flakar, nøkur føt og30-40 mans flóta á sjó-num.

    U617 slapp sær til rým-ingar. Dagin eftir sendihann eitt telegram heimtil herflotaovastan: "7.september á AE 7672søkti 1500 BRT farma-skip. Kósin 320 gradir,ferðin 10 fjórðingar.Krússaði."

    Síða 16 Nr. 313 - 11. mars 2004Síða 16

    Kavbátakríggið, sum beindi fyri "Tór 2"Í síni bókarøð um Stríðsárini, greiðir Niels Juel Arge frá um hendingina við "Tór 2".Um kavbátakríggið, sum beindi fyri fleiri føroyskum skipum, skrivar Niels Juel m.a.:

    Tann ljósagrái kavbát-urin, miðskeiðis ímyndini, er týskiU617 kavbáturin,sum søkti føroyskatrolaran "Tór 2".

    Í komandi blað greiðir Malmberg frá bjargingini ogannars frá sínum framhaldandi sjólívi, har hannaftur varð bjargaður úr vanda.

    Helst fór allur botnurinundan "Tór 2", tá hannvarð raktur.

    Kort yvir ferðina hjá U617, tá hann torpederaði "Tór 2". Hann var komin allaleiðina úr Kiel, og var nú á veg til Amerikastrondina.

  • Síða 17Nr. 313 - 11. mars 2004

    Anna flutti aftur til Før-oya í eina tíð, men fór soaftur til Bregninge. Herhendi tað hepna fyri eftir-tíðina,at ein sum kallaðistChristian Olsen, skrivaðihennara lívssøgu niður,og hetta varð gjørt beintáðrenn hon doyði.

    Hervið er varðveitt eineinastandandi frásøgn,sum lutvíst er ein ættar-søga um eina kenda ætt íFøroyum, og lutvíst er einframúr lýsing av livium-støðunum í Føroyum í19. øld.

    At søgan kom fram í FF-blaðnum, hevur eisinisína søgu. Fyrst fingu vitfrá Esther Djurhuus eittmaskinskrivað handritvið frásøgnini. Her funnuvit slóðina til, hvar upp-runahandritið mundi vera.Í hesum sambandi fekstsamband við Lokalhistor-isk Arkiv í Bregninge.Okkara samband her hev-ur verið Dorte Weiss, sumframmanundan hevðiáhuga fyri Føroyum. Sjálvhevur hon verið í Føroy-um og tað hevur pápihennara eisini. Tey havabæði skrivað um Føroyarog hava verið hugtikin avokkara landi.

    Dorte Weiss fann framtil frumhandritið hjá arv-inginum hjá Christian Ol-sen, Louis Helt. Hann varbeinasamur at geva loyvitil at taka avrit av frum-handritinum. Tá vísti taðseg, at her stóð munandimeir enn í umrøddamaskinskrivaða handrit-inum.Afturat hesum,vórunógvar myndir í handrit-inum, mest gomul post-kort, sum eisini vóru seraáhugaverd.Tískil fingu vitmøguleika at endurgeva

    bókina í síni heild, samanvið øðrum tilfari sum vit íhesum sambandi høvdukannað okkum fram til.

    Aftur á slóðinaSum greitt frá í seinastablað, hava vit júst vitjað íKalundborg. Bregningeliggur nærindis Kalund-borg, so avgjørt varð atfara at hitta teir persónar,sum hava gjørt tað møgu-ligt at fáa søguna umOnnu Evensen fram í tílíki, sum hon nú er.

    Ein leygardagur varð tí-skil nýttur í Bregninge,har eg hitti Dorte Weissog mannin hjá henni,Erwin. Tey eru uppruna-liga úr Keypmannahavn,men vildu royna nakaðannað, og endaðu "úti álandinum" 100 km burt-ur. Tey vóru sera blíð oghøvdu bjóðað Louis Heltat vera saman við okkum.Tað er hann, sum eigurhandritið til søguna umOnnu Evensen. Vitjað

    varð í kirkjuni, har Even-sen tænti síni seinastu ár.Her er hann, saman viðkonu og dóttur, jarðaðuruttandura við kirkjuvegg-in. Vitjað varð á skjala-goymsluni á Lokalarkivet,har ein hópurin av tilfarier um júst hetta økið áSælandi; og tað er nógv,sum er hent júst her, sumtað finst hópur av tilfarium. Dorte hevur enntátosað við ein gamla konu,sum minnist seg havasæð eina avrætting sumsmágenta. Hetta var ein-asti "stuttleiki" tá á døg-um, sum øll fóru til. Menseinni mintist hendagamla, at hetta dámdihenni einki!

    Savnaði 2000 løgTann umrøddi ChristianOlsen var ein sjáldsamurmaður. Hann átti garðin"Torpelund" við Eske-bjerg, ein lítil bygd nær-indis Bregninge. Hann varógiftur og nýtti alla sína

    tíð til at savna fólkaminniav ymsum slag. Garðurinhjá honum varð nærumeitt