páskastevnan 2013

12
28. mars - 1. apríl Vælkomin á páskastevnu í Kelduni í Skálafirði Páskastevnan 2013 Gleðiboðskapurin til øll ættarlið

Upload: faroe-media

Post on 06-Mar-2016

230 views

Category:

Documents


2 download

DESCRIPTION

Stór páskastevna verður í Kelduni í Skálafirði í døgunum 28. mars til 1. apríl.

TRANSCRIPT

Page 1: Páskastevnan 2013

28. mars - 1. aprílVælkomin á páskastevnu í Kelduni í Skálafirði

Páskastevnan2013

Gleðiboðskapurin til øll ættarlið

Page 2: Páskastevnan 2013

Vælkomin á páskastevnu

Vit bjóða tær at vera hjartaliga vælkomin í Kelduna á

páskastevnu. Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg

væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og

gevur tær íblástur fram á leiðini.

Endamálið við hesi stevnuni í Kelduni er fyrst og fremst, at

menniskju skulu uppliva Kristus til anda, sál og likam. Hesar

páskirnar fara vit aftur at upplyfta Jesus og gera Hann

stóran fyri alt tað, sum Hann gjørdi fyri okkum á Golgata

fyri 2000 árum síðani.

Kom og verð við at lova Harranum hesa páskahátíð.

Vælkomin á páskastevnuna í Kelduni.

Pauli og Jastrid Høj, pastorpar

2

Page 3: Páskastevnan 2013

Skrá fyri páskastevnuna

Skírishósdagur

Kl. 18.00: Kvøldmøti

Talari: Pauli Høj

Sangur: ZamarLeygardagur

Kl. 11.00: Leiðsluseminar

Undirvísari: Carl-Gustaf Severin

Allir leiðarar og øll leiðsluáhugað

eru vælkomin.

Kl. 15.00: Familjutiltak

Stórt tiltak fyri alla familjuna

Kl. 18.00: Kvøldmøti

Talari: Carl-Gustaf Severin

Sangur: Bárður og Jógvan á

Lakjuni

Kl. 18.00: Barnamøti

Kl. 21.30: Awake (ungdómstiltak)

Talari: Ingibjørn Royðutoft

Nógvur lovsangur

Olvheðin Jacobsen syngur

Langi fríggjadagur

Kl. 10.30: Morgunmøti

Talari: Hjørdis Háberg Petersen

Lovsangur: Oasan

Kl. 12.00: Framhald av morgun-

møtinum

Talari: Símun P. Jacobsen

Sangur: Oasan

Kl. 12.00: Juniorhugni

Kl. 18.00: Kvøldmøti

Talari: Carl-Gustaf Severin

Sangur: Heini Lützen

Kl. 18.00: Barnamøti

Kl. 18.00: Barnamøti

Kl. 21.30: Awake (ungdómstiltak)

Talari: Rúni Rasmussen

Nógvur lovsangur

Ung úr Vágum vitna

3

Page 4: Páskastevnan 2013

Annar páskadagur

Kl. 10.30: Morgunmøti

Talari: Símun Absalonsen

Lovsangur: Filadelfia

Kl. 12.00: Framhald av morgunmøtinum

Talari: Jóhan Petur Johannesen

Sangur: Filadelfia

Fyrsti páskadagur

Kl. 11.00: Morgunmøti

Talari: Monica Severin

Evni: Kallið og vitnisburðurin hjá

einari trúðboðarakvinnu

Sangur: Kirstin Olsen

Breyðbróting verður

Kl. 18.00: Kvøldmøti

Talari: Carl-Gustaf Severin

Sangur: Karl Johannesen

Kl. 18.00: Barnamøti

Kl. 21.30: Kom og syng!

Nógv ymiskt á skránni: solistar,

bólkar, felagssangur og

vitnisburðar v.m.

Kl. 18.00: Kvøldmøti

Talari: Carl-Gustaf Severin

Kl. 18.00: Barnamøti

4

Page 5: Páskastevnan 2013

Um Carl-Gustaf Severin

Føroyskir talarar

Carl-Gustaf Severin verður aftur

høvuðstalari á páskastevnuni í ár.

Hann fer at tala á teimum flestu

kvøldmøtunum. Carl-Gustaf er ein

virðismettur og lívligur prædikumaður

við hjarta fyri teimum, sum ikki kenna

Jesus. Hansara opna lyndi og

boðskapir bera við sær, at fólkið gevur

boðanini gætur. Hann hevur prædikað

í meira enn 35 ár og hevur síðan 1990

búð saman við konuni Monicu og

teirra fimm børnum í Uppsala í Svøríki.

Hann byrjaði tænastuna sum

evangelistur í 1973. Síðan hevur hann

boðað evangeliið í fleiri enn 50

londum um allan heim. Størsta partin

av tíðini hevur hann virkað og ferðast í

fyrrverandi Sovjetsamveldinum (síðan

1985). Menniskju í túsundatali eru

komin til trúgv sum úrslit av hansara

djørvu og radikalu boðan um Kristus,

og undur og tekin hava eisini fylgt við

tænastuni hesi árini.

Hann hevur stóra gávu at prædika á

ein hátt, sum er viðkomandi, og hevur

hetta borið við sær, at fjøldir eru

rørdar av Gudi ígjøgnum hansara

tænastu øll hesi árini.

Pauli Høj er pastorur í Kelduni, Skálafirði.

Símun P. Jacobsen er pastorur í Lívsins Orð í Saltangará.

Hjørdis Háberg Petersen er prædikukvinna og tænir saman við familju síni í LifeChurch í Bradford, Onglandi.

Jóhan Petur Johannesen er prædikumaður og er partur av leiðsluni í Oasuni í Hoyvík.

Símun Absalonsen er prædikumaður og tænir í samkomuni Lívdini í Hoyvík.

5

Page 6: Páskastevnan 2013

Barnamøti

Awake

Tvey stór Awake (ungdómstiltøk) verða á páskastevnuni. Langafríggjakvøld

kl. 21.30 og leygarkvøldið kl. 21.30.

Viðkomandi og avbjóðandi talur eru á skránni. Rúni Rasmussen og Ingibjørn

Royðutoft fara at tala. Teir eru leiðarar fyri Awake, sum er ungdómsarbeiðið

í Kelduni. Rúni talar langafríggjakvøld. Ung úr Vágum hava vitnisburðar um,

hvat Jesus hevur gjørt í teirra lívi.

Leygarkvøldið talar Ingibjørn Royðutoft, og Olvheðin Jacobsen syngur.

Bæði kvøldini verður nógvur lovsangur. Keldan hevur lovsangin bæði

kvøldini.

Evnið á barnamøtunum verður „orðaleysa bókin“. Nógv er á skránni, m.a.

sangur, Guds orð, gera ymiskt kreativt og drama.

Juniorhugni

Hugni við spølum og kappingum í skúlabygninginum, og eisini verður

okkurt lekkurt til matna.

6

Page 7: Páskastevnan 2013

Leiðsluseminar

Familjutiltak

Á familjutiltakinum verður fjølbroytt skrá, m.a. hava vit góðan sang, hoyra

søgu, síggja børn framføra sang og dans.

Carl-Gustaf Severin hevur

seminarið.

Allir leiðarar og leiðsluáhugað eru

vælkomin.

Eingin tilmelding er til seminarið.

Møguleiki er at keypa ein bita

eftir seminarið.

Barnaansing

Meðan øll morgunmøtini eru, verður skipað fyri barnaansing.

7

Page 8: Páskastevnan 2013

Matskrá

Langi fríggjadagur: Lambskjøt, brún epli, vanlig epli og sós.

Fyrsti páskadagur: Kolottusteik, rómaeplir, vanlig epli og sós.

Annar páskadagur: Fleskasteik, epli, grønmeti og sós.

Prísurin er 100 kr. fyri ein døgurða og 50 kr. fyri hálvan døgurða. Døgurði til

børn frá 0 til 4 ár er ókeypis. Fyri børn í aldrinum 5 til 12 ár verður rindað fyri

hálvan døgurða.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á keldan.fo.

Eisini ber til at melda seg til døgurða á fartelefon 77 20 30.

Freistin at melda seg til døgurða er mikudagin 27. mars kl. 12.00.

Nógv ymiskt til matna. Allar stevnudagarnar bjóðar matstovan m.a.: Grill,

tvíflís, salatbarr, desertir, bomm, køkur, kaffi/te, sodavatn og sunkist (gera

eisini køkur, sum eru ætlaðar fólki við diabetes).

Matstovan og tilmelding til døgurðar

8

Page 9: Páskastevnan 2013

Stroyming

Stórt bókaborð

Bókahandilin Vitin hevur

stórt og fjølbroytt

bókaborð á stevnuni.

Góður andaligur lesnaður

fæst til keyps. Bókaborðið

er opið í samband við øll

kvøldmøtini.

9

Fært tú ikki komið á páskastevnuna? Tú kanst fylgja við kortini við at lurta

og síggja, tí møtini og tiltøkini verða stroymað á www.keldan.fo.

Page 10: Páskastevnan 2013

Um Kelduna

Keldan er ein samkoma, sum vil gera ein mun í samfelagnum og vera til signing fyri

alt landið. Vit ynskja, at gleðiboðskapurin skal røkka út til øll menniskju í øllum aldri.

Keldan er ein karismatisk samkoma, sum varð stovnað í 1987. Samkoman er vaksin

nógv síðani, hon varð stovnað. Í dag eru 350 til 400 fólk knýtt at Kelduni. 2004 var

ein varði í søguni hjá Kelduni. Tá varð nýggjur og stórur samkomubygningur tikin í

brúk. Salurin tekur 800-1.000 fólk. Hesin bygningur í Skálafirði er góður karmur um

allar tær fjølbroyttu tænasturnar, sum eru í Kelduni.

Sum ein evangelisk frísamkoma grunda vit okkara virksemi og læru á ta klassisku

kristnu trúarlæruna. Keldan er sjálvstøðug og ikki formliga partur av einum ávísum

trúarbólki. Keldan hevur eitt opið og tvørkirkjuligt sinnalag og samstarvar við aðrar

samkomur og kirkjur um at fremja Guds verk á jørð.

Vit trúgva á tað klassiska evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Kristus; tað, sum

hevur verið grundarlag teirra kristnu til allar tíðir (sí meira um hetta á www.keldan.fo).

Okkara endamál er at náa menniskju við evangeliinum um Kristus og við Hansara

kraft, so menniskju verða frelst, loyst, grødd og før fyri at tæna Harranum og gerast

Jesu lærisveinar.

Vit vilja vera eitt andaligt heim, har menniskju fáa føði úr Guds orði og høvi at tæna

og soleiðis vaksa og gerast sterk bæði andaliga og sálarliga.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna.

10

Page 11: Páskastevnan 2013

Frískúlin Keldan

2010 setti Keldan á stovn frískúla. Heitið er Frískúlin Keldan. Virksemið hjá skúlanum

fevnir um forskúla, skúla og frítíðarstovu. Alt virksemið er í hølunum hjá Kelduni í

Skálafirði. Hølini eru nýmótans og væl egnað til skúlavirksemi, og umhvørvið í

Skálafirði er eisini góður karmur um hetta.

Í dag ganga 49 næmingar á skúlanum, harav 14 eru í forskúla. 5 lærarar, 2

námsfrøðingar og 2 hjálparfólk starvast á skúlanum.

Skúlin leggur dent á at menna alt menniskjað í kunnleika, likamliga, sosialt og

andaliga. Vit vilja, at hvør einstakur næmingur mennist á øllum økjum, svarandi til sín

førleika, og at lærarin leitar fram gávurnar í tí einstaka og fær tær at blóma. Skúlin

eggjar eisinitil góðar dygdir, sum eru grundaðar á tað kristna virðisgrundarlagið.

Undirvísingin er fjølbroytt, skapandi og hugvekjandi.

Endamálið hjá skúlanum er:

• at uppala næmingarnar til at gerast tryggar, glaðar, sjálvstøðugar og væl upplýstar

persónar, sum æra Gud og eru ein signing fyri familju, samkomu/kirkju og samfelagið

• At stuðla foreldrum í teirra ábyrgd at læra, venja, uppala og vegleiða síni børn

Meira fæst at vita um frískúlan á www.fsk.fo

11

Page 12: Páskastevnan 2013

Fasta vikuskráin hjá Kelduni:

Sunnudagar kl. 11.00: morgunmøti og barnamøti

Sunnudagar kl. 12.00: barnamøtiMánakvøld kl. 20.00: bønamøtiTýsdagar kl. 10.00: bønadagurLeygarkvøld kl. 21.00: Awake

(ungdómstiltak)

www.keldan.fo

Bústaður: Skálafjarðarvegur 26, 485

SkálafjørðurTeldupostur: [email protected]