snar.fo · web viewog við at syngja ein sang. kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan...

78
HAMLET eftir William Shakespeare. (Umsett av Hans Tórgarð og stytt og viðgjørt av Búa Dam) FYRSTI TÁTTUR Mynd I: Borðhaldið Claudius og Gertrud eru gift. Borðhald. Við borðið sita, Hamlet, Ofelia, Laertes, Polonius og brúðarparið. Til borðhaldi reisa fólk seg og taka orðið. Fyrstur er Claudius. CLAUDIUS Hóast minni um vár kæra bróðir Hamlets deyða enn er ungt, og vit áttu enn at syrgt, ja, ríkið alt av røttum samanringdi seg í sorg, so hevur vitið stríðst við náttúru; vit minnast hann og syrgja enn við skilið, men gloyma ikki burtur okkum sjálvi. Tí hon, ið bróðurkona, systir, var, og drotning yvir hesum mikla landi, henni – tó at gleðin ei er mikil, annað eyga vónríkt, hitt er syrgið, syrgiligt brúdleyp, gleðilig jarðarferð, javnvág millum grát og látur – hava vit okkum gift við nú. Og lurta hava vit eftir øllum góðum ráðum, og vit fingu viðhald í tí avgerð. Takk. So reisur Polonius seg og heldur røðu fyri brúdarparinum. POLONIUS Her, mín signing fylgi tykkum. Skál. Og lat meg so formana tykkum við: (tosar ávikavíst við Claudius og Gertrud) Lat ikki tankan detta á tunguna,

Upload: others

Post on 26-Dec-2019

0 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETeftir William Shakespeare. (Umsett av Hans Tórgarð og stytt og viðgjørt av Búa Dam)

FYRSTI TÁTTUR

Mynd I: Borðhaldið

Claudius og Gertrud eru gift. Borðhald. Við borðið sita, Hamlet, Ofelia, Laertes, Polonius og brúðarparið. Til borðhaldi reisa fólk seg og taka orðið. Fyrstur er Claudius.

CLAUDIUSHóast minni um vár kæra bróðirHamlets deyða enn er ungt, og vitáttu enn at syrgt, ja, ríkið altav røttum samanringdi seg í sorg,so hevur vitið stríðst við náttúru;vit minnast hann og syrgja enn við skilið,men gloyma ikki burtur okkum sjálvi.Tí hon, ið bróðurkona, systir, var,og drotning yvir hesum mikla landi,henni – tó at gleðin ei er mikil,annað eyga vónríkt, hitt er syrgið,syrgiligt brúdleyp, gleðilig jarðarferð,javnvág millum grát og látur – havavit okkum gift við nú. Og lurta havavit eftir øllum góðum ráðum, og vit fingu viðhald í tí avgerð. Takk.

So reisur Polonius seg og heldur røðu fyri brúdarparinum.

POLONIUSHer, mín signing fylgi tykkum. Skál.Og lat meg so formana tykkum við:

(tosar ávikavíst við Claudius og Gertrud)Lat ikki tankan detta á tunguna, ei heldur frem í verki ov bráð hugskot.Ver vinarligur, men tó virðiligur.Vel vinir væl, og roynast teir í dygdum,so halt teir at tær fast í tínum hjarta.Men renn ei eftir hvørjum nýggjum fjanti,nóg illa floygdir ungar fjasast við.Leyp ei í stríð, men endar tú í tí,

Page 2: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

lat tað so verða hin, ið loypir undan.Gev øllum oyra, fáum tína rødd,tak móti ráðum, hav títt egna skil.Og lat teg í sum ráð tú hevur til tað,ei reyput og ov ríkt, men fínt og snøgt;tí klæðir gera fólk, og útsjónd siguralt um muruna á tí, ið ber tey væl.Og lænið ei, og lánið einki út;at læna skaðar bara húsarhald,tí skuld forkemur vinarlag og pengum.Og gloymi ikki tykkum sjálvi burt!tá fylgir, eins og dagur fylgir nátt,at tit ei verða følsk ímóti nøkrum.

Øll eru í veistluhýri. Lagið er gott. Syngja. Hamlet reisur seg. Heldur eina røðu.

HAMLETÁ, kundi hetta alt ov seiga kjøtbert bránað burt, og horvið eins og døgg.Ella hevði Harrin ei sett forboðmóti sjálvmorði. Á Gud! Á Gud!So møðsamt, tómt og tungt og uttan vóner alt, ið heimur hevur at bjóða mær.Til tramans við honum! Ein garður grógvintil av ókrúti; bert ljótan vøksturber hann. Á, at hetta skuldi henda!Tveir mánar deyður; ikki so frægt sum tað:ein kongur so framúr, kann metast javntvið hendan sum ein gudur við eitt trøll.Elskaði mammu so, hann læt ikki vindinblása ov hart á hana. Harra mín Gud!Hví skal eg minnast? Á, hon hongdi seg í hann,eins og matarlystur bara vaksav tí hann nørdist av. Og kortini –ikki hugsa um tað. Veikleiki,tú eitur kvinna! – knappan mánað bara,ei slitnir skógvarnir hon fylgdi neyðars deyða pápa mínum í til gravar,á, Gud! Eitt beist, ið ikki eigur skiltað hevði longur syrgt – gift uppaftur,við pápabeiggja; og hann er sum pápieins og Herkules sum eg. Ein mánað!

Page 3: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Tey søltu tár, av órætti hon grætnóg illa tornað vóru á hennar kjálkum, so er hon gift. Nei, har var einki drál,við slíkum skundi beint til blóðskemd løk.Tað er ei, og tað kemur ei gott burturúr.Men brotnað hjarta mítt, tí eg má tiga.

Hamlet setur seg. Pínlig tøgn.

GERTRUDGóði Hamlet, gakk ei um so svartur,men síggj títt ríki og tín kong við betriuppsikt; leita ei í dusti niðureftir farna pápa tínum, títú veitst, alt livandi tað doyr og fertann veg, náttúran vil, til ævinleikan.

HAMLETSo er sagt.

GERTRUDSo hví skal tað so sýnast

vera nakað serstakt fyri teg?

HAMLET‘Sýnast’ veit eg einki um; tað er!

CLAUDIUSHamlet, tað er alla æru vertat syrgja, sum tú gert, um faðir tín;men hugsa um: hann misti faðir sín við,tann faðirin misti eisini sín, og tann,ið situr eftir hevur skyldu at syrgjaeina tíð, men so ei meir; at støðugtganga so og kúra er ei sorg,men gudleyst treiskni; tað er einki mansligt.At bara vera tvørur er at sýnastótolin í sinni, veikur í vilja,barnsligur, óvitandi og býttur.Tí tað, ið henda má, tað hendir jú,tað vita vit, og tað er púra vanligt;at lúnast, taka at sær, tí at lagnan

Page 4: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

rakar, tað er spott og einki annað!Spotta tey deyðu og spotta náttúruna,sum altíð hevur verið so: ein faðirdoyr, ein sonur livir, soleiðishevur verið síðan fyrsta lík,til ein, ið doyði í dag. So legg nú frá tærta høpisleysu sorg, og hygg at mær:tí eg nú eri pápi tín, og tútað allur heimur vitna kann, ert næsti arvingi til trúnuna; vit taka ímóti tær við kærleika ei minni enn tí, ið faðir gevur einum soni

Claudisu og Hamlet klemmast. Lagið er gott aftur. Øll klappa. Øll klemma Hamlet. Ein og ein. Gertrud. Ofelia. Polonius. Og at enda Laertes. Teir fara eisini at smáberjast fyri stuttleika. Claudius gevur teimum hvør sín óhvassan borðknív. Teir fektast fyri stuttleika. Samstundis argar Laertes Ofeliu við Hamlet.

LAERTESHamlet, nú, hann spælir bara við teg,legg ei meir í tað enn bert fjas og lótir,ein blákolla á várið, tað er hann:so skjót og søt, men varar ikki leingi.Angar eina lítla løtu væl,og einki meir.So ansa tær, Ofelia, systir mín, loyp ei framav, halt kenslur tínar niðri, tí annars verður tú skotin, skotin av ást.Nóg gávumilt tað er hjá varnari gentu,at vísa bara mánanum sítt yndi.Dygdin sjálv ei undan slatri sleppur,og ormar ofta gnaga ungar knubbaráðrenn teir á vári spretta. Pestiní ungdómi mest vandamikil er.Tín besta verja bert at óttast var;at vera ung er vandi í sjálvum sær.

Teir fektast framvegis.

OFELIAEg taki til mín tíni góðu ráð,og goymi tey í hjartanum. Men hoyr,

Page 5: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

ver ei sum teir ógudiligu prestar,ið vísa á tann smala veg til himmals,men ganga sjálvir um í siðloysi,á fína, breiða vegnum, flenna bertat egnum ráðum.

LAERTES Óttast ei um meg.

Tá Polonius fer at tosa, steðgar fektingin og stemningurin blívur aftur pínligur.

POLONIUSTá blóðið er heitt, er sálin gávumild,og tungan sleppur at svørja; hesir neistareru bert ljós og eingin hiti, slókna líka skjótt sum eiðurin er givin,eldur verður tað aldri. Dóttur mín,ver gírig, prísin fyri samveruset hægri, ikki koma tá hann biður.Trúgv ikki meir um hann, enn tað at hanner ungur; harafturat hann hevur longrisnór enn tú; so ansa tær nú, góða.Trúgv ikki lyftum; tey eru handilsmenn,sum ikki vísa sanna lit sín, men royna at selja skomm og skendsil, ljóðaso heilag og góð og tosa so vakurt, barafyri at kunna lumpa teg lættari.Stutt sagt: eg vil ikki hava tegat spilla tína tíð til sleyg og fjas,tú hittir ikki Hamlet eftir hetta. Akta meg, tað sigi eg!

Borðhaldið endar við langari, pínligari tøgn. Onkur roynir at lyfta stemningin við einum, “Brúðarparið leingi livi hurrá, hurrá, hurrá” og við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá pápa Hamlet. Hamlet stendur einsamallur við kistuna. Í djúpari sorg. Seks fólk koma eftir kistuni og bera hana út. Hamlet fylgir kistuni út og vit fylgja aftaná.

Page 6: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Mynd II: Hamurin

Hamlet stendur og syrgir yvir kistuna hjá pápa sínum. Horatio kemur til hansara. Hann sær, at Hamlet er sinnisrørdur.

HORATIO:Góðan dagin, tygum.

HAMLET:Góðandag -Horatio! Er tað tú?Hvat gert tú her?

HORATIO:Eg kom til jarðarferð hjá pápa tínum.

HAMLET:Ikki arga meg, mín góði vinur,tú komst í brúðleyp her hjá mammu míni.

HORATIO:T’er satt, tað var ei leingi millum bæði.

HAMLET:Sparing, skilir tú! Tað, bakað vartil ervi kundi etast kalt til brúðleyp.Vildi heldur hitt mín argastafígginda í himni enn havt sæðtann dag. Eg síggi – haldi eg síggi pápa!

HORATIO: Hvar, tygum?

HAMLET:Í huganum, Horatio.

Hamlet hyggur út gjøgnum vindeyga og sær Hamin. Horatio sær hann ikki. Heldur ikki vit.

HAMLETEinglar og halgimenni hjálpi okkum!Ert tú ein góður andi ella djevul,ber luft av himni ella helheims royk,

Page 7: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

ber tramansskap í huga ella góðsku,so er títt skap so gátuført at egvil tosa við teg; eg skal rópa teg mín faðir, Hamlet, kongur. Svara mær!Nú, lat meg ikki spreingjast av óvissu,men sig mær hví tey halgu bein ið lóguí jørðini síni líkklæði hava skrætt,hví grøvin, har vit løgdu teg, sín tungamarmorkjaft lat upp og spýði teg?Hvat merkir hetta? Hesin deyði kroppur,brynjuklæddur, gongur í mánalýsi,óhugnaliga gert tú nátt, og okkumdárar her á jørð av ræðslu svakar,við tonkum, okkar’ sálir ikki skilja.Sig mær hví? Hvat eiga vit at gera?

Tá Hamlet hevur tosa eina løtu síggja vit eisini Hamin uttanfyri. Hann er í longum frakka og heldur einari paraply. Hann roykir.

HAMURHoyr meg.

HAMLETTosa; svørji, eg vil lurta.

HAMURSo hevna skalt tú, tá tú hevur hoyrt meg.

HAMLETHvat?

HAMURHoyr, hoyr meg, hoyr!Um pápa tín tú elskaði –

HAMLET Á Gud!

HAMURSo hevn hann og ta ræðuliga morðið.

Page 8: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETMorð?

HAMURSo ræðuligt sum morð jú altíð er;men hetta; fúlt og ónatúrligt við.

HAMLETSig mær alt, so eg so skjótur sumein tanki ella kærleikstrá kann flúgvatil hevndina.

HAMUREg síggi tú ert íðin.

Og latari enn ókrútið, ið grørá áarbakkanum tú varst, um eitað rørdi teg. So lurta, Hamlet, hoyr:tey siga at, í garðinum eg láog svav, tá eiturormur kom og stakk meg;so vóru oyru øll í ríki svikinvið lygnini um deyða mín. Men vita,ormurin, ið stakk til deyða megber krúnu mína nú.

HAMLETOg sál mín visti! Farbróðir! Á, Gud!

HAMURJa, hatta svikafulla, skendska beistið,við gandalíkum snildum, og við evnumat svíkja – óndu evnir, snildir við, ið leiða út í óførið – hann vanntann skammiliga vilja hjá tí drotning,ið sýntist bert at vera trúgv. Á, Hamlet,so ræðuligt var hetta fall.Eg lá í garðinum,sum oftani eg gjørdi seinnapart,og vardi einki ilt, tá sníkti hann seginn á meg við gift í eini fløsku,í oyragangir mínar stoytti hanntað ræðuliga bryggj, ið fer so illavið blóðinum á manni, at so skjótt

Page 9: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

sum kyksilvur tað ferðast gjøgnum allaropnar gangir og smogur í kroppinum,og styrkin í tí er so øgilig,at eins og loypingur í mjólk, tað stirnarblóðið, áður sunt og frískt. Tað hendimær, og beinanvegin breyt eg út,eins og spitalskur, ræðuligir svullirum allan meg.Soleiðis sovandi varð eg av bróðurhondrændur, misti krúnu, lív og drotning.Ræðuligt, á ræðuligt, so ræðuligt!Ert tú eitt menniskja, so tol tað ei;lat ikki kongaligu song eitt reiðurfyri girnd, forbrendu blóðskemd vera.Men hvussu tú so bert teg at við hesum,lat ikki sinnið farast, hýs ei nøkrumhevndarhugi móti móður tíni.Farvæl, farvæl, farvæl! Og gloym meg ikki.

Hamurin fer.

HAMLETÁ, himins herlið øll og jørð – hvat meir?Skal helviti takast við? Nei, nei! Halt ámítt hjarta; og tit sinur, gangið ei fyrimen haldið mær uppi. Ikki gloyma teg?Nei, neyðars hamur, so leingi minnið býr í hesum øra skalla. Minnast teg?Úr minni mínum skal eg strika alt,ja, allan viðfáning og gamalt tvætl,hvønn setning, hvørja bók, eg lærdi megog alt eg dugdi uttanat, so einanstíni boð og einki annað livaskal í bókini í mínum heila,ei órógvað av fjasi; harragud!Á, svikaliga kvinna!Og vittuggi, forbrenda, brosandi vittuggi.Hvar er mín bók? Eg skrivi tað upp, at túkanst smíla og smíla og kortini vera ein fani;í hesum landi veit eg so, tað er so.

(skrivar)Nú, farbróðir, her ert tú. So – til verka!

Page 10: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Orðið var: Farvæl og gloym meg ikki.Svorðið havi eg.

Hamlet sær Horatio standa og hyggja eftir honum við opnum munni. Pínlig tøgn.

HORATIONú, hvussu stendur til?

HAMLETTak væl ímóti tí, sum sjáldsamt er.Tí meira er á himni og á jørð,enn vísindin kann droyma um. Men hoyr:nú hvussu løgið eg hereftir fariat skikka mær, og kanska sum eitt svakteg gangi, síggi út at vera ørur,so tá tú sært meg soleiðis, skalt túei standa har og nikka, hendur í favn,ella lata nakað orðið falla um tað, tú veitst um meg; ger ikki tað.

Brúðarparið kemur, við fylgi.

HAMLETKom vit fara;og minst til: fingrarnar á varrarnar.Tíðin er av lagi, tað er satt;mín lagna er at venda henni rætt.Nei, kom avstað.

ANNAR TÁTTUR

Mynd I: Gyllinkrans

Brúðarparið er á veg inn í veistlusalin. Gertrud við brúðarbuket. Uttan fyri dyrnar er ein myndatøkubásur. Ímeðan tað verður tikið myndir av teimum, kemur Gyllinkrans inn.

CLAUDIUSVælkomin, góði Gyllinkrans. Vit vildugjarna hitta teg, men harafturatvit hava tína hjálp fyri neyðini.Okkurt manst tú hava hoyrt um Hamlet

Page 11: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

og hvussu hann er hamskiftur – tað rópavit tað, hann er ei tann sami meir,í hvørki sinni ella skinni. Hvattað so kann vera, annað enn hans faðirsdeyði, sum so púra hevur broytt hann,skilir eingin. Tí eg biði teg,sum vaksin upp við honum er, og kennirhansar vanar sum ein javnaldri,at tú hjá okkum verður eina tíð;í samveru við hann tú kanska færtokkurt við, sum vit ei kunnu vita,um hvat er galið, og um okkurt ervit kunnu gera til at hjálpa honum.

GERTRUDHann hevur ofta tosa nógv um teg,og ongum øðrum, ivist eg ei í,er hann so knýttur at. Um tú vilt geraokkum henda beina, vera herí eina tíð og hjálpa okkar’ vón,vit skulu løna tær sum tað seg sømirkongi.

GYLLINKRANS Tygar’ hátignir, eg eriundir tygar’ valdi, tygum nýtistei at spyrja, bert at geva boð.Eg akti, sum tað sømir seg, og fariat gera alt eg kann at hjálpa.

CLAUDIUS Takk,

góði Gyllinkrans.

GERTRUD Ja, stóra takk.

Eg biði teg, far beinanveg og vitjamín illastadda son.

Brúðarparið er á veg inn í veistlusalin, men Polonius steðgar teimum.Hann hevur okkurt týdningarmikið uppá hjarta. Gyllinkranz steðgar á og lurtar. Hann er forvitin.

Page 12: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

POLONIUSEg haldi, um ei gamli heili míner ei so snúðin meir í politikkisum hann plagdi, at eg havi funniðgrundina til ørskapin hjá Hamlet.

CLAUDIUSSig frá, sig frá, tað vil eg gjarna hoyra.Hann sigur, góða Gertrud, at hann veithví sonur tín er vorðin sum hann er.

GERTRUDEg giti, grundin er tann sama enn:pápin deyður, okkar’ kvika brúðleyp.

POLONIUSEg eigi eina dóttir Og eg gav henni boðum ei at hitta hann og ei at gevabrøvum hansar’ ans og heldur ikkitaka móti nøkrum; so hon gjørdi.Hann tók tað ikki væl – um eg kann gera skjótt av – syrgin varð hann, gavst at eta,lá í andvekri, alt sjúkari,alt veikari, og síðan datt í henda ørskap sum hann gongur í,sum vit øll syrgja um.

CLAUDIUS Hvat heldur tú?

GERTRUDJú, tað kann vera so.

POLONIUSHavi eg nakrantíð – sig mær, um so er –sagt at ‘soleiðis er tað’ og so ikkifingið rætt?

CLAUDIUSNei, ikki sum eg minnist.

Page 13: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

POLONIUS (peikar á høvdið og hálsin)

Hetta høgg frá hesum er tað ei so!Kann eg koma fram á onkra slóð,so skal eg finna sannleikan, um sohann grivin er í jørð.

CLAUDIUS Hvat gera vit?

POLONIUSTit vita jú, viðhvørt hann gongur herog melur fleiri tímar.

GERTRUD Jú, hann ger.

POLONIUSOg eina slíka løtu skal eg sleppadóttur míni inn; vit standa fjaldir;síggja alt, og elskar hann ei hana,er tað ei grundin til hans ørsku, soskal eg ei hava starv í ríkinummen blíva bóndi.

CLAUDIUS Ja, vit royna hetta.

Dyrnar vera latnar upp inn í veistlusalin. Vit hoyra eina mannamúgvu í veistluhýri, og nú brúðarparið er komið, leika tey í. Gertrud vendir teimum bakið og tveitur teimum bukettina. Øgiligur rómur hoyrist frá salinum. Tey fara inn og hurðin fer aftur. Eftir stendur Gyllinkrans.

Mynd II: Sjónleikararnir koma

Hamlet, Ofelia og Horatio koma inn í forhøllina. Fáa eyga á Gyllinkrans

HAMLETMín góði, gamli vinur! Gyllinkrans!Nú, hvussu stendur til hjá tær?

Page 14: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

GYLLINKRANSJú, sum tað kann. Eg eri glaður fyri at ikki vera alt ov glaður. Eingin fjøður í hattinum á eydnuni.

HAMLETMen ikki undir fóti hennar heldur?

GYLLINKRANSHeldur ikki, nei.

HAMLETTú situr kanska bleytt á lørunum hjá henni?

GYLLINKRANSJú, inn í millum, meir enn so.

HAMLETMillum lørini á eydnu? Ja, tað er vist, hon er ein hora. Annars, nakað nýtt?

GYLLINKRANSEinki, annað enn at verðin er vorðin erlig.

HAMLETSo er dómadagur nær; men hatta passar ikki. Lat meg spyrja, hvat hevur tú, vinurin, gjørt ímóti henni so eydnan sendi teg í fongsul?

GYLLINKRANSFongsul?

HAMLETHetta landið er eitt fongsul.

GYLLINKRANSSo er allur heimurin eisini.

HAMLETJúst so; eitt stórt, við mongum klivum, búrum og hundaholum. Og hetta er tað ringasta holið.

GYLLINKRANSTað haldi eg nú ikki.

HAMLET

Page 15: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

So er tað ikki tað hjá tær; tí einki er gott ella ringt í sjálvum sær, tað er bara tað, tú gert tað til: hjá mær er hetta eitt fongsul. Men sig mær sum ein góður vinur, hví ert tú komin higar?

GYLLINKRANSAt vitja teg; ei onnur grund.

HAMLETErt tú ikki boðin? Komst tú av tær sjálvum? Var tað títt egna hugskot? Kom nú, tosa frítt við meg: kom, kom. Nei, tosa.

GYLLINKRANSHvat skal eg siga?

HAMLETJa, tað, tað snýr seg um var væl tað minsta. Tú vart boðsendur; eg síggi tað á tær, og samvitska tín dugir ikki at fjala tað nóg væl; eg veit tann góði kongur og drotning hava sent boð eftir tær.

GYLLINKRANSMen hví, til hvat?

HAMLETTað mást tú siga mær. Tosa beint fram, sig mær, vart tú boðsendur ella ei? Leggur tú nakað í meg, sig so frá.

GYLLINKRANSJú, eg varð boðsendur.

HAMLETOg eg skal siga tær hví; so sleppur tú undan at siga nakað, og tagnarskyldan hjá tær mótvegis kongi og drotning verður ikki skalað. Í seinastuni havi eg – eg veit ikki hví – gloymt allan stuttleika, mist allan hug til ítrótt; og lagið er blivið so ringt, at sjálvt tað mikla bygningsverkið jørðin tykist mær sum eitt oyðið forberg; tað ótrúliga hválvið, rúmdin, himmalin tú sært, sum hongur yvir okkum, henda bæriliga tekja klødd við gyltum eldi, ja, hon sýnist mær sum bara fúl og sjúklig toka. Hygg, menniskja, tað meistarverk! So gløgt og skynsamt; markleyst í sínum evnum; í skapi og rørslum sum ein eingil; í fatan sum ein gudur; krúnan á skapanarverkinum, fyrimynd hjá øllum livandi. Men kortini, hjá mær, hvat er hesin innasti kjarni av dusti? Eg leggi einki í menn – og heldur ikki í kvinnur, hóast tú smílist og heldur tað vera tað?

GYLLINKRANSNei, álvara, eg hugsaði einki slíkt.

HAMLET

Page 16: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Hví flenti tú so, tá eg segði: ‘eg leggi einki í menn?’

GYLLINKRANSEg hugsaði bara, at leggur tú einki í menn, so fært tú ikki nógv burturúr tí undirhaldið, sjónleikarbólkurin kemur við; eg hitti tey á vegnum, tey koma higar og bjóða sínar leikir fram.

HAMLETHvørjir eru hesir sjónleikarar?

GYLLINKRANSHer koma tey nú.

Kórsangur hoyrist frá inngongini. Inn koma teir 6 sjónleikararnir syngjandi.

HAMLETVælkomin øll, vælkomin. Men farbróðir pápi og mamma fastir, tey fara skeiv.

GYLLINKRANSÍ hvørjum?

HAMLETEg eri bara svakur tá hann er útnyrðingur norðan; liggur ættin í sunnan so síggi eg mun á heyki og haka.

Sjónleikarar klatrar upp í eitt stilass, sum virkar sum eitt slag av palli.

HAMLETVælkomin, góðu fólk; vælkomin, øll. Gott at síggja tykkum. Vælkomin, góðu vinfólk. Nú, kom, lat okkum hoyra eitt brot; kom, vís okkum tykkara list; kom.

Uppi á stillassinum syngja tey og mima ein lítlan leik um hevnd, deyða og kærleika. Hamlet er bergtikin.

HAMLET(við Gyllinkrans)Nú, kanst tú syrgja fyri, at tey fáa alla umsorgan? Hoyrir tú, far væl við teimum, tí tey eru nútíðin í stuttum samandrátti; betri at fáa ljót minningarorð, tá tú ert deyður, enn ringa umtalu frá teimum, meðan tú livir. (við sjónleikararnar) Farið við honum: í morgin fáa vit sjónleik. Góðu vinir, vit síggjast í morgin. Vælkomin enn einaferð.

Page 17: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Øll fara uttan Hamlet, Horatio og Ofelia. Hamlet fer eftir sjampanju uppi á takinum á sjampanjubarrini. Skeinkir Horatio og Ofeliu. Tey drekka saman.

HAMLETÁh, vesalingur, trælur, eri eg!Ófatiligt, at hesin leikari,við eini yrking, einum dreymi bert,kann noyða sína sál til slíkar kenslur,at hon fær andlitið at blikna, dregur tárúr eygunum, ger uppsikt øra, røddinstøkkur, allur broytist hann at passajúst til hesa framførslu. Um einki!Men um hann átti mínar grundir, mína kvøl,hvat hevði hent? Hann hevði druknað pallin,sprongt hvørt oyra; einhvør skuldarivarð blivin ørur; skuldarleysi ræddur,og tey, ið einki vistu sótu paff.Hvørt eyga og hvørt oyra skelkað. Meneg sjálvur, veikur, dugnaleysur eri,ein droymari, eg gloymi mína søk,og sigi einki; einki fyri kongsum misti ríkið, virðing, ja, og lívav fúlum sviki. Eri eg ein lortur?Kallar nakar meg ein fana, slær megí gronina, og rívur skeggið av mær, blæsir tað aftur í eyguni á mær, hálarí nøsina, kallar meg lygnara allan vegniður í hálsin? Ger nakar tað?For svarta! Eg hevði tolt tað, tikið ímóti,tí eg havi hjarta sum dúgva og einki gallat gera lívið beiskt hjá fígginda,tí annars høvdu ravnar etið upptann hundin; helvitis ljóti fani!Fúli, svínski, svikafulli fani!Nei, bert eitt neyt eg eri! Hygg, so djarvt,sonur hjá einum pápa, ið varð myrdur,kallaður til hevnd av bæði himli,heljum við, skal pakka inn í orðsítt hjarta sum ein hora, sum ein mer,ein lortur! Far til helvitis! Nú, hugsa!Eg havi hoyrt, at tey sum sita tilein leik, og eru sek í onkrum, kunnu

Page 18: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

verða rakt í sálina so hartav listini á pallinum, tey síggja,tey viðganga hvørt brotsverk beinanveg.Eitt morð, tó ei tað hevur tungu, kannsum undurverkið tala. Eg skal fáaí lag ein leik, ið minnir um morðið á pápa,og sýna fyri kongi; prika hann,har ringast svíður, og um bert hann bliknarveit eg vist! Tann sjónin, sum eg sávar møguliga djevul, tí hann dugirat broyta seg og síggja vakur út;og kanska nýtir hann mín veikleika,tí slíkt hann dugir væl, at døma meg til heljar. Eg má vita, hava prógv.So sjónleikurin verður júst tað spælið fanga samvitsku hjá kongi skal.

Fyrsti leikarin kemur inn aftur. Hamlet sær hann og fær orðið á hann.

HAMLETHoyr meg, vinurin; duga tit leikin ‘Morðið á Gonzago.’

FYRSTI LEIKARIJa.

HAMLETHann skulu vit síggja ímorgin. Um tað varð, kundu tit so lært tykkum eina tólv-sekstan reglur eyka, sum eg seti inní, ella hvussu?

FYRSTI LEIKARIJú, jú.

Hamlet fer út saman við fyrsta leikara. Ofelia og Horatio sita eftir og drekka. Ofelia fær eyga á bókina hjá Hamlet. Hon letur hana um. Horatio ristir við høvinum, “man lesur ikki dagbókina hjá øðrum. Ofelia letur bókina upp. Byrjar at lesa, “ at vera ella ikki... Í protest reisur Horatio seg og fer.

Mynd III: Brotið millum Hamlet og Ofeliu

Ofelia situr eftir einsamøll. Við bókini.

Page 19: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

OFELIAAt vera ella ikki; tað er tað!Um tað er størri æru vert at tolaskot og steinar órein lagna sendirella fara í hernað móti plágum,í treiskni enda alt? At doyggja – sova.Einki meir. At sovna, harvið endaalla hjartasorg og alla kvøl,ið kjøtið hevur arvað – tað er náðiverd at biðja um. At doyggja, sova.Sova, kanska droyma? Men hatt’ er tað.Tí hvørjir dreymar koma í deyðans svøvni,tá heimsins tungu pløgg vit kasta av?Her ivast vit. Og hesin ivin er júst tað, ið plágar okkar’ langa lív.Hví stríðast móti heimsins strongd og spei,kúgarans harðrenda valdi, spottarans hugmóð,kærleika forgjørdum, rættardrálið,embætisveldis háð, tí vanvirðinghin tolni fær frá tí, ið minni verdurer, tá tú kanst finna friðin hervið blonkum knívi? Hevði nakar orkaat strítt og sveittað seg ígjøgnum lívið,um ikki óttin fyri tí, ið kemur,tí gátuføra landið, haðan einginspurdist aftur, bergtók viljan, sovit heldur bera byrðarnar vit havaenn flýggja burt til tær, vit ikki kenna.Ivin ger til ræðuskítar øll,og støðufesti, litfagurt og sterkt,tað kámast burt av bara einum tanka.Og ætlanir, so stórbærar og fínar, av hesum tanka fara út av kósog verða soleið’s aldri nevndar gerðir.Vakra Ofelia! Minst til mín, og takmínar syndir við í tínum bønum.

Úr veistlusalinum koma Polonius, Gertrud og Claudius. Ofelia er skelka av tí hon hevur lisið, so hon fær ikki heilt tað við sum verður sagt við hana.

CLAUDIUSNú, góða Gertrud, far.

Page 20: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Vit hava biðið Hamlet koma higar,so hann, sum var tað bara tilvild, kannhitta Ofeliu her.Pápi hennara og eg, sum havarætt at njósnast, fjala okkum sovit síggja, men ei verða sæddir; kunnusíðan døma eftir atburðihjá honum, um t’er kærleiki sum grundin er til hesa sjúku.

GERTRUD Eg skal fara.

Men hoyr, Ofelia, eg ynski soat vakurleiki tín var orsøkintil ørskapin hjá Hamlet; tínar dygdir,til æru fyri bæði, kunnu fáa hann á rætta leið.

OFELIA Tað vóni eg.

Gertrud fer.

POLONIUSGakk tú her, Ofelia – og tygum,vit krógva okkum.

Claudius og Polonius krógva seg. Hamlet kemur uppaftur á taki á sjampanjubarrini. Ofelia er framvegis skelka av tí hon hevur lisið. Hon vísur Hamlet at hon hevur hansara dagbók.

OFELIATak mínar syndir við í tínum bønum?

Hamlet er ófarin at hon hevur lisið úr hansara dagbók.

OFELIAEg havi nakrar gávur, sum tú gavst mær,ætlaði at bera tær tær aftur;her, ger so væl.

HAMLET Eg gav tær aldri nakað.

Page 21: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

OFELIAJú, tú gjørdi, og tað veitst tú væl;við orðum afturvið, av einum mjúkumanda fødd, ið gávu gjørdi størri;nú er tann angin horvin; tak tað aftur;ríkar gávur missa virðið, tá iðgevarin ei gevur tær av góðsku.Ger so væl.

HAMLETHa, ha! Ert tú rein?

OFELIAHa?

HAMLETOg ert tú vøkur?

OFELIAHvat meinar tú?

HAMLETAt ert tú bæði rein og vøkur, lat so ei reinleikan tola nakað samband við tín vakurleika.

OFELIAKann vakurleikin umgangast nøkrum betri enn reinleika?

HAMLETÁ jú; tí vakurleikin broytir skjótari reinleikan frá tí hann er til skøkju, enn reinleikin kann fáa vakurleikan at líkjast sær: einaferð var hetta púra órímiligt, men tíðin hevur prógvað at tað er so. Eg havi elskað teg.

OFELIAJa, tað fekst tú meg at halda.

HAMLETTú skuldi ikki trúð mær; tí reinleiki sleppur ikki framat einum gomlum træi, tað er enn rotið innan. Eg elskaði teg ikki.

OFELIATess meira var eg svikin.

Page 22: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETSlepp tær í kleystur: hví skalt tú ala upp syndarar? Eg sjálvur skikkið mær nøkulunda, men kundi ákært meg sjálvan fyri slíkt, at tað var betri, eg aldri var føddur; eg eri stoltur, hevndarfullur, ærusjúkur, fleiri syndir eigi eg enn eg kann hugsa, havi ei hugflog at geva teimum skap og havi ei tíð at fáa tær gjørdar. Hvat ger eitt sovorðið sum eg, sum krýpur millum himmal og jørð? Vit eru allir samlir bara til fortreð; trúgv ongum. Far í kleystur.

HAMLETHvar er pápi tín?

OFELIAHeima, haldi eg.

HAMLETSo læs hann inni, so hann ikki gongur sum eitt býtt aðrastaðni enn heima. Farvæl.

OFELIAÁ, himmalin hjálpi honum.

HAMLETOg um tú giftur teg, tak so hesa banning í heimanfylgju: ver so ósek sum ísur, so rein sum kavi, kortini sleppur tú ei undan slatri. Far í kleystur. Far, farvæl. Og vilt tú endiliga giftast, gift teg so við einum býttum; tí klókir menn vita alt ov væl hvørji horn tit seta í pannuna á teimum. Í kleystur, skunda tær. Farvæl.

OFELIAHarra gud á himli, bjarga honum.

HAMLETEg havi eisini hoyrt um, hvussu tit mála tykkum. Gud gav tykkum eitt andlit og tit gera tykkum eitt nýtt; tit dansa og svansa og lespa, og eyknevna Guds skapningar og fáa tykkara flogsutu lótir at sýnast, sum vita tit ikki betur. Gakk burt, eg orki ikki meir av hasum, eg eri blivin ørur av tí. Eg sigi, eingin skal giftast meir; tey sum longu eru gift, øll uttan ein, skulu liva; restin skal vera sum tey eru. Far í kleystur, far.

Hamlet fer. Eftir situr Ofelia við einari sjampanjufløsku í hondini. Claudius og Polonius koma framm.

CLAUDIUS

Page 23: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Kærleiki! Nei tað er ikki tað, ið órógvar; og tað hann segði,hóast fløkjasligt, var ikki ørt.Í sál síni hann bølir onkrum tungum.Og tá tað verður klakt, eg stúri fyri,at tað verður vandamikið

POLONIUSEg trúgvi kortini, at upprunin og grundin til, at hann er syrgin, erkærleiki og hjartasorg.

Men tygumráða; haldi tó at eftir leikinlat móðir hansara í einrúm talavið hann um hvat hann plágar; eg skal sjálvurum tað er í lagi, krógva meg,og hoyra alt. Um ikki hon kann loysamálið, ja, so...

CLAUDIUSTað siga vit. Tá ein, ið høgt er metturverður ørur, tá skal ansast eftir.

Teir báðir fara útum við hvør sínum sjampanjuglasi í hond. Ofelia situr eftir. Uttanfyri er fýrverk og sjampanja. Vit síggja fólk klappa og rópa leingi livi og Laertes standa og ráfríggja við einari tilvildarligar damu og fara avstað við henni.

Steðgur

Í steðginum vera fleiri sjampanjufløskur poppaðar. Áskoðarirnir fáa eitt sindur uppí glasið. Fólk drekka, roykja og pissa og vera eisini biðin um at taka myndir í myndatøkubásinum. Ein klaverleikari spælir niðri í Klingruni og sjónleikararnir byrja so smátt at gera seg til reiðar til the play within the play.

TRIÐJI TÁTTUR

Mynd I : Undirhald til brúdleypið

Fólk eru so smátt farin at seta seg í Klingruna. Klaverleikarin spælir framvegis. Sjónleikararnir gera seg til reiðar at framføra fyri kongaliga brúðarparinum. Mitt í rokanum er Hamlet.

Page 24: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETSigi bara orðini so løtt og leikandi, sum eg júst vísti tykkum; tí fara tit at rópa, spæla stórt, sum nógvir sjónleikarar gera, tað kundi eins væl verið ein kunngerðarlesari, ið spældi. Og saga ei heldur luftina sundur við ørmunum, soleiðis; ger alt við máta; tí sjálvt í ringasta harðveðri, stormi – eg kundi sagt sálarhvirluvindi – tit mugu júst gera so mikið av, at alt sær rímiligt út. Á, tað øsir meg í merg og bein at hoyra eitt glantrut reyp í fínari parúkk, sum skræðir kenslurnar í pettir, í smáar bitar, og spreingir oyruni á teimum, ið sita fremst, sum kortini ikki skilja annað enn tápuliga komediu og fjant. Hann skuldi verið flongdur fyri at verið meir fanansligur enn fanin, meir heródiskur enn Heródes; so geri ikki tað.

FYRSTI LEIKARITað gera vit ikki, tygum.

HAMLETVerið ei ov lítillætnir heldur, men latið kenslurnar vísa tykkum vegin; lagið rørslurnar eftir orðum og orðini eftir rørslum, og ansi eftir, tit ei fara útum tað natúrliga. Tí tað, ið fer útum natúruna, er beinleiðis ímóti tí, ið endamálið er við leiklist, bæði nú og fyrr: at halda, so at siga, einum spegli frammanfyri veruleikanum; at vísa dygdini hennar’ ásjón, skendslinum sína mynd, og tíðarinnar egnu sál og kroppi sjálvan seg. Um tað er yvirspælt ella undirspælt, so kann tað vera at tey býttu flenna, men tey, ið vilja meir enn fjas, tey syrgja; og ein leikur fyri bara ein av teimum meira verdur er enn eitt heilt leikhús fult av hinum. Á, leikarar eg havi sæð, sum onnur hava róst, ja, upp til skíggja, ikki fyri at vera óreinur, men onkrir dugdu ei sum kristið fólk at ganga ella tosa, og heldur ikki sum heidningar ella yvirhøvur menniskju, men gleivaðu og skrálaðu so illa, at eg helt at menniskjan var skapt av onkrum lærlingi hjá Gudi, og illa skapt afturat, so ræðulig var ímyndin.

FYRSTI LEIKARIEg haldi, vit hava slept okkum av við tað ringasta av hasum.

HAMLETFarið og geri tykkum til reiðar.

Leikararnir fara. Horatio kemur inn.

HAMLETHey! Horatio

HORATIOHer! Ja, hvat er?

HAMLETHoratio, tú veitst eg havi onganvita um, so rættvísan sum teg.

Page 25: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HORATIOÁ, tig nú.

HAMLETNei, t’er ikki bara smikur.Tí tá ið sál mín slapp at velja sjálv,og lærdi seg at síggja mun á fólki,hon valdi teg sum vin; tí tú ert ein,sum sjálvt í neyð ei líður nakra neyð,sum alt, ið eydnan sendi, gott og ringt,tók við sama sinnalag. Vælsignað,at hava javnvág millum blóð og vit,ei vera bert ein floyta, eydnan spælir.Í kvøld tey spæla sjónleik fyri kongi;har er eitt brot, sum líkist tí, tú hoyrdium umstøður, tá pápi doyði. Hoyr meg:meðan tú hyggur at hesum tátti, ansavæl eftir farbróðir, nýt bæði eygu og oyru:og kemur hansar’ fjalda skuld ei framtá hendan røða verður leikt, so var taðeitt spøkilsi úr heljum, sum eg tá sá. Hygg væl! Eg skal sjálvurlæsa eyguni á andlit hans,og aftaná vit samanbera, hvatvit hildu okkum síggja.

Inn kemur brúðarparið við fylgi, Polonius, Gyllinkrans, Ofelia v.m. Øll uttan Laertes.

HAMLETHer koma tey øll. Eg má spæla býtt.Finn tær pláss.

CLAUDIUSNú, góði Hamlet, hvussu livir tú?

HAMLETAv luft, sum kameleónin, livi fínt av luft so full av lyftum; ikki nakað at fita hanaungar við.

CLAUDIUSHatta er einki svar; einki at gera við tað, eg spurdi.

Page 26: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETEinki at gera við tað, eg svaraði, heldur.

(við Polonius)Eg hoyri, tú spældi sjónleik í skúlanum einaferð.

POLONIUSJú, tað gjørdi eg; tey søgdu eg spældi væl.

HAMLETHvønn spældi tú?

POLONIUSEg spældi Julius Caesar, ið varð myrdur; Brutus drap meg, mitt á torginum.

HAMLETEg kann ikki torga slíkt. Serur serskøltur at soleiðis særa Caesar. Eru leikararnir til reiðar?

GYLLINKRANSJú, tey standa og bíða eftir boðum.

GERTRUDKom higar, góði Hamlet, sit hjá mær.

HAMLETNei, mamma, her er ein, ið dregur meg sum ein magnetur.

POLONIUS (við Claudius)

Há! Hoyrdu tygum hatta?

HAMLET (leggur seg við føturnar á Ofeliu)

Kann eg sleppa at liggja í tínum fangi.

OFELIANei.

HAMLETEg meinti, við høvdinum í fanginum?

OFELIAJa.

Page 27: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETHelt tú eg meinti okkurt fúlt, ella hvussu?

OFELIAEg haldi einki petti.

HAMLETTað er gott at halda, tá tú liggur millum gentulør.

OFELIAHvat er?

HAMLETNei, einki petti.

OFELIATú ert stuttligur.

HAMLETHvør, eg?

OFELIAJa, tú ert.

HAMLETÁh, Gud, ja, hvør er stuttligari? Hvat skal ein annað enn bara flenna? Hygg, sært tú, hvussu glað er mamma mín, tveir tímar bara síðan pápi doyði?

OFELIANei, tað eru tveir mánar.

HAMLETSo leingi? So kann fanin ganga í svørtum, og eg fái mær ein skinnfrakka. Harrajesus! Deyður í tveir mánar og ikki gloymdur enn? So er kanska ein vón um, at minnið um ein miklan mann fer at liva longri enn hálvt ár.

Framførslan byrjar við ófrættakendum tónleiki

OFELIAHvat merkir hetta?

Page 28: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETTað merkir meinar misgerðir; tað merkir misbrot.

OFELIAKanska hetta vísti, hvat leikurin fer at vera um.

Frásøgufólk kemur inn.

HAMLETTað fer hesin at siga okkum: sjónleikarar duga ikki at halda gák; teir siga altíð alt.

OFELIAFer hann at siga okkum, hvat tað var tey vístu?

HAMLETJa, og alt annað, tú hevur at vísa. Smæðist tú ikki at vísa, so smæðist hann heldur ikki at siga tær hvat tað merkir.

OFELIATú ert ljótur, ert tú. Eg vil síggja leikin.

FRÁSØGUFÓLKVælkomin øll, til hetta spæl,sum her á palli sýnast skal,Vit vóna at tit lurta væl.

Fer.

HAMLETVar hatta fororð ella innskrivt á einum ringi?

OFELIAJa, hatta var stutt.

HAMLETSum kvinnukærleiki.

Tónleikur. Mime-leikararnir koma inn. Ein kongur og ein drotning; drotningin fevnir hann og hann hana. Hon fer á knæ, og vísir at geva honum dýr lyfti. Hann tekur hana upp og leggur høvdið á háls hennara. Hann leggur seg millum blómurnar; hon sær, at hann sovnar og fer. Nú kemur ein annar maður...

Page 29: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETHetta er Lucianus, bróðursonur kongs.

OFELIATú hevði verið góður frásøgumaður.

HAMLETEg kundi sagt frá millum teg og elskaran, um eg sá dukkurnar dansa.

OFELIARoynir tú at stinga meg?

HAMLETTú hevði stuna, um eg skuldi stungið í teg.

OFELIABetri, og eisini verri.

HAMLETEitur tað ikki at vera gift? Kom nú, mordari; halt uppat at skapa tær og byrja. Kom nú.‘Hin hási ravnur gorrar hart um hevnd.’

...maðurin tekur krúnuna av, kyssir hana...

LUCIANUS ‘Svørt sál, løtt hond, sterk gift og rætta løtan;nú eingin sær meg, púra greið er gøtan.Tú eiturbryggj, av náttarurtum blandað,og trýfalt bannað, av Hekatu gandað,nú virka, svarta bland, og virka vælog enda hetta lívið skjótt tú skal.’

...og stoytir eitur í oyra á konginum og fer so. Drotningin kemur aftur; finnur kongin deyðan og ger tekin um stóra sorg. Drápsmaðurin, saman við øðrum, kemur aftur, tykist at syrgja saman við henni. Líkið verður borið út. Drápsmaðurin fríggjar til drotningina við gávum: hon tykist fyrst at avvísa hann, men at enda játtar hon.

HAMLETHann eitrar hann í garðinum fyri at fáa ríkið. Hann eitur Gonzago. Søgan er upprunaliga skrivað á tí fínasta italienska; nú fara vit at síggja, hvussu hann fær konu Gonzago.

Page 30: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

OFELIAKongur reisist.

HAMLETHa, bangin fyri leysakrúti?

GERTRUDEr alt í lagi?

POLONIUSSteðgið leikinum.

CLAUDIUSGev mær ljós! Út!

POLONIUSLjós, ljós, ljós!

Øll fara uttan Hamlet og Horatio

HAMLETÁ, góði Horatio, eg vildi vedda túsund pund uppá at hamurin tosaði satt. Sást tú?

HORATIOEg sá væl.

HAMLETTá ið eiturið varð nevnt?

HORATIOJú, eg sá hann væl.

HAMLETLat okkum fáa tónleik! Kom nú, tónleik.Gyllinkrans kemur.

GYLLINKRANSOrsaka, men kann eg fáa eitt orð á teg.

HAMLETTú kanst fáa ein heilan fyrilestur.

Page 31: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

GYLLINKRANSNú, kongur –

HAMLETJa, hvat um hann?

GYLLINKRANSHann er farin, tí hann var so etandi -

HAMLETSkít?

GYLLINKRANSNei, etandi óður.

HAMLETSo átti tú heldur at sent boð eftir lækna; tí, um eg skuldi roynt at fingist við hann, tað hevði bara gjørt hann óðari.

GYLLINKRANSHevði tú vilja tamt tíni orð eitt sindur, og ikki lopið so langt frá evninum.

HAMLETEg skal skikka mær; tosa.

GYLLINKRANSDrotningin, mamma tín, í svárari sálarneyð, sendi meg til tín.

HAMLETTú skalt vera vælkomin.

GYLLINKRANSNei, orsaka, men hatta er ikki at skikka sær rætt. Um tú vilt svara mær sinniliga, skal eg geva tær boðini frá henni. Um ikki, so orsaka meg, so vendi eg aftur og so einki meir um tað.HAMLETTað kann eg ikki.

GYLLINKRANSHvat?

HAMLET

Page 32: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Svara tær sinniliga; eg eri jú sinnissjúkur; men, eg skal svara tær so sum eg kann, ella heldur, sum tú sigur, svara mammu; so ei meira møsn, men beint til málið: mamma mín, sigur tú –

GYLLINKRANSJú, hon sigur soleiðis: hon undrast og hon ivast nógv um atburð tín.

HAMLETEin undurfullur sonur, sum kann fáa mammu sína at undrast! Og er einki framhald av hesi móður-undran? Sig frá!

GYLLINKRANSHon vil tosa við teg í kamarið sínum, áðrenn tú leggur teg.

HAMLETVit skulu akta, var hon so tíggju ferðir móðir okkara. Hava tygum meir við meg at gera?

GYLLINKRANSEinaferð helt tú nógv um meg.

HAMLETTað geri eg enn, við hesum røvarunum.

GYLLINKRANSMen hvat er grundin til títt ringa lag? Tú læsir teg sjálvan inni, um ikki tú vilt lata ein vin hoyra um tínar sorgir?

HAMLETÁ, floyturnar! Lat meg síggja eina. Kom burturfrá – hví melur tú um meg soleiðis og snoddar, ætlar tú at fáa meg at detta í felluna?

GYLLINKRANSEri eg ov framligur, so er tað bert av góðsku.

HAMLETHatta skilji eg ikki. Spæl mær okkurt á floytuna.GYLLINKRANSEg dugi ikki.

HAMLETJú, góði!

GYLLINKRANS

Page 33: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Trúgv mær, eg dugi ikki.

HAMLETJú, álvara.

GYLLINKRANSEg veit ikki, hvussu eg skal handfara hana.

HAMLETTað er so lætt sum at lúgva; tú leggur fingrarnar á hesi holini, blás í hana, og vakrir tónar koma úr. Hygg, hetta eru klaffarnir.

GYLLINKRANSMen eg fái ongan tónleik burturúr; eg dugi ikki at spæla.

HAMLETSkilir tú nú, hvussu virðisleysan tú gert meg? Tú roynir at spæla uppá meg; tú heldur teg kenna mínar klaffar; tú vilt slíta hjarta úr mínum loyndarmálið; tú vilt lokka tónar úr mær, frá lægsta bassi til hægsta hvin; og her er nógvur tónleikur, vøkur rødd, í hesi lítlu pípu, men hana fært tú ikki at tosa? For helviti, heldur tú meg vera lættari at spæla uppá enn eina floytu? Kalla meg hvat ljóðføri tú vilt, tú kanst skrúva meg og stilla meg, tú fært ikki spælt uppá meg.

(Polonius kemur. Ofelia er við honum)Guds friður, tygum.

POLONIUSDrotningin vil fegin tosa við teg, nú í stundini.

HAMLETEg skal fara til mammu beinanveg.

(Við Ofeliu)Teir gera meg bara svakari enn svakan.

HAMLETSært tú hatta skíggi, sum líkist einum kameli?

POLONIUSJa, píkasjey, kameli líkist tað.

HAMLETEg haldi tað líkist meira eini rottu.

Page 34: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

POLONIUSJú, ryggurin er sum á rottu.

HAMLETElla sum á einum hvali?

POLONIUSLíkist nógv einum hvali.

HAMLETEg komi beinanveg.

POLONIUSEg skal bera boðini.

Polonius fer.HAMLET‘Beinanveg’ er lætt at siga. Farið nú, vinir.

(Øll fara uttan Hamlet og Ofelia)Nú nornutímin leggur seg um nátt,tá kirkjugarðar gapa, anda úr særheljar smittandi royk um alla verð.Eg kundi drukkið blóð, og ræðsluverkeg kundi framt, sum dagur hevði óttast.

Tjaldið fer frá og vit síggja inn í stóra salin.

TRIÐJI TÁTTUR

Mynd I: Hamlet vil drepa Claudius

Í stóra salinum, við eitt stórt runt borð, situr Claudius. Einar tvær vaskikonur vaska gólv og tveir menn flyta stólar. Veistlan er liðug og fólk rudda upp. Á gólvinum einastani liggur brúðarbukketin hjá Gertrud, niður trampa og oyðiløgd. Langt afturi í rúminum sæst ein stórur krossur. Ígjøgnum monologin hjá Claudius snarar hann eina rundu.

CLAUDIUSÁ, brotsverk mítt, tað stinkar upp til himmals;hin elsta arvasynd og banning við:eitt bróðurmorð.

Hamlet og Ofelia goyma seg og tá Hamlet hoyrir hann siga “bróðurmorð” veit hann at hann má gera bart. Claudius veit av ongum og heldur áfram at tosa fyri seg sjálvan. Hamlet tekur eina

Page 35: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

sjampanjufløsku, ballar hana inn í eitt sjal e.l. hjá Ofeliu og sorlar fløskuna móti vegginum. Úr sjalinum tekur hann fløskuhálsin og ætlar sær at drepa Claudius við honum. Ofelia stríðist við at halda honum aftur.

HAMLETNú kann eg gera tað, nú tá hann liggur og biður;Nú geri eg tað

CLAUDIUSNei, eg kann ikki biða,tó hugurin og viljin vilja tað;mín skuld er sterkari enn vilji mín,og, eins og ein í tvíningum eg standi;á bæði dragi, og tí geri hvørki.

Ofelia heldur fast um beinini á Hamlet, loyvir honum ikki at drepa og Hamlet gevur at enda upp og fer. Claudius heldur áfram at tosa fyri seg sjálvan

CLAUDIUSOg henda ólukku hond, hon kundi veriðtvær ferðir so tjúkk av bróðurblóð,er ei av regni nógmikið á himniat tváa hana reina eins og snjó? Er náðin ei at stara beint at synd? Og bønin, er hon ei ein tvíføld makt,at hjálpa okkum, so vit ikki falla,og náða eftir fallið? Hygg nú upp!

Vaskifólkini byrja at taka dúkin av borðinum og Claudius reisur seg. Hann fer frá borðinum og vaskifólkini byrja at klappa borðið saman. Sum við gandi byrjar borði spakuliga umskapast til eitt kamar, úr gólvinum kemur ein song, eitt sofaborð, ein spegil o.s.fr. ja, burturúr borðinum kemur kamari hjá brúðarparinum. Ein veggur er mitt í kamarinum og hinumegin veggin er eitt baðirúm, sum vit ikki síggja enn.

CLAUDIUSMín synd er gjørd. Men hvør er bønin, sumeg biða kann, hvat kann mær gera mun?‘Fyrigev mær hetta ljóta morð?’Nei; eftirsum eg eigi enn júst tað,ið fekk meg til at fremja brotsverkið: mín krúna, drotning, girnd mín eftir valdi.

Page 36: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Í bakgrundini síggja vit Gertrud fara inn í kamari hjá sær og Claudius. Senan fer at snara spakuliga og vit síggja inn í baðirúmið.. Gertrud kemur inn og setur seg at pissa og letur seg so úr og fer í baðikarið.

CLAUDIUSBer til at fáa fyrigeving, ogenn eiga úrslitið av syndini?Í rotinskapinum í hesum heimi,kann brotsverkið við gull í hond jú skúgvarættvísið til viks, og meir enn soat lógin er til sølu; men so erjú ei á himni; einki svik, bert sakiní sær sjálvum; har vit verða noyddtil svars at standa, andlit til andlits viðsyndirnar. Hvat so? Ja, hvat er eftir?At angra, hjálpir tað? Tað átti tað,men hvussu tá ein trúliga ei angrar?Á, vónloysi! Á, hjarta svart sum deyðin!Á, bundna sál mín, sum í stríði sínumfjøtrar seg enn meira. Hjálpið, einglar!Boyggi tykkum, treisku knø; og hjarta,tú streingirnar av stáli mýk, so teirsum spengurnar á nýðføðingum verða.Alt kann enn verða gott.

Gertrud kemur úr baðikarinum og letur seg í ein kimino. Senan snarar og vit síggja inn í kamarið aftur. Polonius kemur inn.

CLAUDIUS Mítt orð fleyg upp, men tankin eftir var;Orð uttan tankar koma ei himli nær.

Mynd II: Drápið á Polonius

Í kamarinum hjá Gertrud.

POLONIUSHann verður skjótur. Og ver hørð við hann:sig við hann, hetta skemtið var ov grovt,og tygum hava staðið sum skjøldur millumhann og kongsins øði. Eg fjali meg.

Page 37: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Minst til, sig beint sum er.

GERTRUDEg lovi tað.

HAMLET (uttanfyri)Mamma, mamma, mamma!

GERTRUDNú, krógva teg, eg hoyri hann uttanfyri.

Polonius krógvar seg inn í baðirúminum. Hamlet kemur inn í kamari. Hann hevur enn fløskuhálsin í hondini.

HAMLETNú, mamma, hvat vilt tú mær?

GERTRUDHamlet, tú hevur háðað pápa tín.

HAMLETMamma, tú hevur háðað pápa mín.

GERTRUDNú, nú, tú svarar við tápuligari tungu.

HAMLETSo, so, tú spyrt við óreinari tungu.

GERTRUDHvat sigur tú?

HAMLET Hvat meinar tú?

GERTRUDHevur tú gloymt hvør eg eri?

HAMLET Nei, gudsdoyð.

Tú ert drotning og kona bróður mann tín.Og – vildi ei tað var so – móðir mín.

Page 38: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

GERTRUDNei, so má onkur annar tosa við teg.

HAMLETNei, set teg her; ver sitandi í frið;Eg skal vísa tær ein spegil, hartú síggja kanst títt egna innasta.

Hamlet er frá sær sjálvum og hóttir mammu sína við fløskuhálsinum.

GERTRUDHvat gert tú? Ætlar tú at drepa meg?Nei, hjálp mær, hjálp mær!

POLONIUS (inni á vesinum)

Nú, hvat hendir? Hjálp!

HAMLET Hvat nú? Ein rotta?

Hamlet fer inn á vesið. Vit hoyra vatn plaska og Polonius skrála. Senan snarar og vit síggja inn í baðirúmið. Hamlet høggur fløskuhálsin niður í Polonius, sum liggur og hveppist í baðikarinum. Reytt vatn, blóð, allastaðni. Eftir eina løtu er Polonius deyður. Hamlet veit ikki av tí og heldur áfram at høgga niður í hann, frá sær sjálvum. So steðgar hann. Tøgn. Úr kamarinum hoyrir Hamlet mammu sína.

GERTRUDÁ Gud, hvat hevur tú gjørt?

HAMLETIkki veit eg

GERTRUDEin ræðulig, ein blóðug gerð tað var.

Hamlet roynir desperatur at vaska blóði av sær. Hann er ræðsluslgin, Hann hevur dripið eitt annað menniskja. Pápan hjá Ofeliu. Hann hevur læst hurðina inn í baðirúmið, so mamman sleppur ikki inn.

Page 39: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETJa, næstan líka ræðulig, góða móðir,sum at drepa kong og giftast við hans’ bróðir.

GERTRUDDrepa kong?

HAMLETTað vóru míni orð(Við Polonius)

Tín tápuligi, gamli lúrari.Eg helt teg vera harra tín; har sært tú:kann vera lagnutungt at leggja uppí.

Senan snarar og vit síggja inn í kamari aftur. Hamlet kemur úr baðirúminum.

HAMLETSo, halt uppat at vríggja hendur. Set teg,og eg skal vríggja hjarta í tær, umhjartað enn er mjúkt og enn kann rørast,um ikki ljótir vanar hava hert tað,so tað er vart mót bæði skil og kenslum.

GERTRUDHvat havi eg tá gjørt, at tú kanst veraso harður við meg?

HAMLET Tað tú hevur gjørt,

tað svínar allan sóma til og rópardygdina ein lygnara, tað pilkarrósuna av enninum á kærleikaog setur har ein svull, ger giftarmáliðog tess lyftir følsk sum svik í kortum.Tað skræðir sálina úr trúfesti,ger heilag orð til orðaskvaldur bert;himin rodnar yvir hesi tungu jørð, sum nærkast dómadagur, alt av tí tú gjørdi.

GERTRUD

Page 40: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Sig mær hvat tað var,hvør synd hjá mær, ið rópar so til himmals?

HAMLETHygg, sært tú hesa mynd, og sært tú hesa?Tvær avmyndir av tveimum brøðrum. Hygg!Hygg, sært tú hetta hábærsliga andlit,hár sum sólin; brá sum Jupiter sjálvur;eygu sum Mars, hóttandi, gevandi boð;kropsburð eins og Merkur, í tí hann lendirá fjallatindi, ið kyssir himmalin;so stórbærur, tað sýnist sum at allirgudar settu síni merki á hanntryggjaðu heimi: hetta er ein maður.Maður tín var hann. Og síggj nú hin:maður tín hann er: eitt rotið aks, ið smittaði bróður sín. Hevur tú eygu?Hvussu kundi tú fara frá líðunum her,og leggjast at jótra í mýruni. Hevur tú eygu?Nevn ikki elskhug; ein á tínum aldrieigur ei tann villa hugin meir,er eyðmjúk, brúkar skilið; og hvat skilkann fara frá hesum til hetta? Tú eigur vit,tí annars livdi tú ikki, men skilið er púra farið av lagið; sjálvt tey svøku høvduvita betur. Einki skilaloysier so sjúkt at tað ikki dugir so frægt at skyna á. Hvør fani var tað,sum fekk teg at ganga blindabukk? Sjón uttan hond og hond við ongum eygum,hoyrn við hvørki eygum ella hond,tev við ongum, sjálvt ein sjúkur sansurei so kundi svikið. Rodnar tú ikki?Helvitis hugur,kanst tú gera uppreistur í beinumá gomlum konum, verða so ikki dygdirhjá brennandi ungdómi til voks og bráðnaí egnum eldi? Rópa ei um skomm,tá hugurin ræður, og sjálvt tey gomlu brenna,skilið tænir gessinum.

GERTRUD

Page 41: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Nú steðga!Tú vendir eyga mínum inn í mínasál; eg síggi svartar, svidnar blettirsum aldri fara burt.

HAMLET Men tú kanst liggja

í gimaroyki í vátu, kleimnu song,svansandi í rotinskapi, parast,yvir grísabøli –

GERTRUD Steðga nú!

Sum knívar stinga orð í míni oyru;Ei meira, góði Hamlet.

HAMLET Drápsmaður:

trælur, verdur tjúgu ferðir minnienn hin; ein kongur av ólevnaði;lummatjóvur, stjól sær land og ríki,tók tað dýru krúnu, har hon lá,stakk hana í lumman.

GERTRUD Ikki meir!

HAMLETEin kloddakongur –

Langt aftur í rúminum stendur hamurin, pápi Hamlet, í leysari luft.

Himmalsins einglar verji meg við breiðumveingjum. Sig, hvat vilt tú, mikla sjón?

GERTRUDHann er óður í høvdinum.

HAMLETErt tú komin at harta tín seinføra son,sum forsømdi tíð og møguleikar,

Page 42: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

at gera eftir tínum miklu boðum?Sig mær nú!

HAMURMinst til: eg vitji teg

so eg kann hvessa tína doyvdu ætlan.Nú, hygg at móðir tíni, hon er skelkað:hjálp henni nú í hennar’ sálarkvøl.Í veikum kroppum er heilaspuni sterkast.Tosa við hana, Hamlet.

HAMLETHvussu er nú, mamma?

GERTRUD Hvussu við tær?

Tú starir beint at ongum, tykist tosavið reina luft, sum tóm og holdsleys er? Sálin gløðir vill úr tínum eygum;hárið stendur stívt og ývið, sumátti tað sítt egna lív, eins oghjá hermanni ið vaknar mitt í stríði.Góði sonur, sløkk við køldum tolihenda mikla sálareld. Hvat sært tú?

HAMLETHann! Hann! Hygg, so bleikt hann starir!Tann søk, tey eygu, um hann talaðivið grót tað hevði livnað.

(við hamin)Hygg ei at mær;

tín syrgna uppsikt venda kann tí hørðuætlan, og mín gerð tá skiftir lit:verður bert til tár og ikki blóð.

GERTRUDHvønn tosar tú við?

HAMLETSært tú einki har?

GERTRUD

Page 43: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Einki. Síggi tað, ið er har.

HAMLETHoyrdi einki heldur?

GERTRUDEinki uttan okkum.

HAMLETMen hygg! Hygg nú! Nú fer hann, sært tú, har!Pápi mín, júst so sum hann sá út.Nú hygg, nú fer hann, út um dyrnar har.

Hamurin fer.

GERTRUDHetta skapast alt í tínum høvdið.júst slíkar sjónir uttan likam, skapastlættliga í einum sjúkum sinni.

HAMLETSjúkum sinni?Pulsurin slær stúttur, eins og tín,hann heldur sunna takt. Og tað er ikkisinnissjúka, tað eg segði; royn meg,og eg skal greiða alt, orð fyri orð,tað kundi sinnissjúka ikki. Mamma,for Guds skyld, smyr ei tína sál við tíat tað var ei títt brotsverk, men mín sálso sjúk hon er, ið talaði; tað doyvirbara, leggur eina skón á sárið, meðan rotið etur innan, smittanspillir alt. Nei, viðgakk fyri himli,angra tað sum farið er og slepp tærundan, tí ið kemur. Taða ikkiókrútið, so tað kann trívast. Umbermeg og mínar dygdir; dygdir mugu,í hesi tíð, uppbólgnað er av spillu,biðja syndina um fyrigeving,bøna um at gera gott.

GERTRUD

Page 44: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Áh, Hamlet.Tú hevur klovið hjarta mítt í tvey.

HAMLETSo tveit tann ljóta partin burt, og livareinari við betru helvtini.Nú, góða nátt – far ei til farbróðir.

Hamlet fer inn í baðirúmi og kemur út aftur við líkinum av Polonius. Hann tveitur tað sum ein eplasekk gólvið..

HAMLET Hesa gerð

eg angri; men tað var so himins ætlanat revsa hann við mær, og meg við honum,nýtti meg sum amboð og sum bøðil.Eg skal fjala hann, og svara fyrideyða. Góða nátt, enn einaferð.Eg eri harður við teg bert av góðsku.

GERTRUDVer vísur í, um orð tey eru andi,og andi lív, eg eigi ikki lív,at anda tað, tú hevur sagt.

HAMLETMóðir, góðanátt. Nú hesin harrisum aldri tagdi, fullur var av søgum,nú er friður, nú er hann sum grøvin.Kom tú við mær, vit finna tær eitt stað.Góðanátt, mamma.

Hamlet fer við líkinum á bakinum.

FJÓRÐI TÁTTUR

Mynd I: Gertrudsa val

Gertrud stendur eftir, skelka. Inn í kamari kemur Claudius.

CLAUDIUSHvat merkja hesi tungu hjartasuff?

Page 45: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Greið frá hvat bagir, so at eg kann skilja.Hvar er sonur tín?

GERTRUDÁ, harragud, tað sjón eg havi sæð.

CLAUDIUSHvat, Gertrud? Hvussu við Hamlet?

GERTRUDØrur sum havið og vindurin, tá tey kappastum hvør er sterkast; í síni villu øðihoyrdu okkurt aftanfyri teppi,og heilavillur stakk hann, drap hin gamla,sum stóð fjaldur har.

CLAUDIUS So ræðuligt!

Tað hevði verið eg, um eg stóð har.Hann kann ei ganga leysur; er ein hóttanmóti tær og mær, ja, móti øllum.Hvat gera vit við slíkt eitt blóðugt brotsverk?Hey, Gyllinkrans.

Claudius rópar á Gyllinkrans. Gyllinkrans kemur.

CLAUDIUSHoyr, góði vinur, far, tak onkran við tær:Hamlet hevur í øði síni dripiðPolonius; far, finn hann og finn líkið,ber tað so í kapellið. Nú, ger skjótt.(Gyllinkrans fer)

Mynd II: Ofelia veit ikki at pápi hennara er deyður

Hamlet kemur inn í Klingruna. Blóða á hondunum og í andlitinum. Ofelia situr avdottin við klaverið. Hon hvøkkur við tá hon sær hann. Hví blóð allastaðni? Hon heldur hann hava dripið Claudius. Inn kemur Gyllinkrans. Í bakgrundini, í kamarinum, síggja vit Claudius tosa í telefon.

GYLLINKRANS Hamlet! Hamlet!

Page 46: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETHvat nú? Hvør rópar nú á Hamlet? Á, har er hann.

Gyllinkrans kemur.

GYLLINKRANSNú, hvat hevur tú gjørt við líkið?

HAMLETTað er í mold, har sum tað jú kom av.

GYLLINKRANSSig mær hvar tað er, so eg kann fara við tí í kapellið.

HAMLETTrúgv tí ikki.

GYLLINKRANSTrúgva hvørjum?

HAMLETAt eg kann halda loyndarmál fyri teg, men ikki loyndarmál fyri tær. Og annars, hvat skal ein kongasonur svara einum njarðarvøtti?

GYLLINKRANSRópar tú meg ein njarðarvøtt?

HAMLETJúst tað; ein, ið sýgur í seg kongsins stuðul, kongsins løn og kongaligt starv. Tað er júst slíkir menn, ið kongi tørvar mest: tá hann vil vita hvat tú veitst, so kroystir hann teg bara, og njarðarvøtturin er turrur aftur.

GYLLINKRANSEg skilji teg ikki.

HAMLETTað var gott; speii svevur væl í býttum oyrum.

GYLLINKRANSHoyr, sig mær hvar líkið er, so fara vit við tí til kongs.

Page 47: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

HAMLETLíkið er hjá kongi, men kongur líkist ikki líki. Kongur líkist –

GYLLINKRANSLíkist hvørjum?

HAMLETKongur líkist ongum; kom so, nú. Pikk! Tú hevur tað!

Mynd III: Ofelia veit at pápi hennara er deyður

Inn kemur Claudius. Ofelia skilur at Hamlet hevur ikki dripið Claudius. Hvønn so?

CLAUDIUSNú, Hamlet, hvar er Polonius?

Ofelia skilur at Hamlet hevur dripið pápa hennara.

HAMLETTil døgverða.

CLAUDIUSTil døgverða? Hvar?

HAMLETIkki har hann etur, men har hann verður etin. Tað er politikkur; maðkarnir hava floksráðstevnu. Maðkarnir eru teir mætastu og matligastu av øllum: vit fita onnur djór til at fita okkum, og fita okkum sjálvi til at fita maðkar; tann feiti kongurin og tann klæni biddarin eru bara tvær ymiskar máltíðir, sum enda á sama borði, og tað er endin.

CLAUDIUSÁ, harragud.

HAMLETMaður kann nýta til agn ein maðk, sum át av kongi, og eta fiskin sum mettaðist av tí maðki.

CLAUDIUSHvat meinar tú við hasum?

HAMLETEinki annað enn at siga tær, hvussu ein kongavitjan kann fara ígjøgnum vilini á einum biddara.

Page 48: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

CLAUDIUSHvar er Polonius?

HAMLETÍ himli, haldi eg; send onkran at vita: er hann ikki har, so far sjálvur og leita hinastaðni. Men álvara, finna tit hann ikki henda mánan, so fara tit at lukta hann tá tit fara upp trappurnar.

CLAUDIUS (við Gyllinkrans)

Far og leitið har.

HAMLETHann bíðar eftir tykkum.

3 stórir mans koma eftir Hamlet. Hamlet rennur undan. Teir fanga hann, buka hann og fara avstað við honum. Eftir situr Ofelia.

Mynd IV – Ofelia er frá sær sjálvari

Ofelia er skelka. Inn kemur Laertes. Hann veit av ongum. Hann hampar sær klæðini og turkar varrastift av kjálkunum. Lagið er gott. Hann sær Ofeliu. Hon sigur einki. Hann kemur til hennara. Einki. Hann roynir at uppmuntra hana, klemmar hana, kiltar hana, dansar við henni o.s.fr...Hon sigur einki, men spælur við. Tey fara longur inn í salin. Áskoðararnir aftaná. Tey enda inni í kamarinum hjá brúðarparinum. Ofelia gerst løgnari og løgnari. Inni í kamarinum roynir hon at lata beiggja sín úr, at mussa hann o.a. sum ikki er hóskandi. Tá kemur Gertrud fram á tey.

Mynd V:

GERTRUDNú, hvussu stendur til, Ofelia?

OFELIA (syngur)

Farin er hann, deyður er,undir mold hans’ bein,grasið grør um høvur hans’navn hans’ sett í stein.Á, há.

GERTRUDNei, men Ofelia.

Page 49: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

OFELIAHoyr, lurta!

(syngur)Líkklæði so hvítt sum snjó,

Claudius kemur.

GERTRUDSært tú hana?

OFELIA (syngur)

Skrýtt við blómum var.Men eingin var at gráta tóhans’ elskaða var ei har.

CLAUDIUSHvussu hevur tú tað, Ofelia?

CLAUDIUSHon hugsar um pápa sín.

CLAUDIUSGóða Ofelia.

OFELIABróðir mín skal vita um hetta.

Ofelia teskar í oyra á Laertes og fer

CLAUDIUSFar aftaná; ansa væl eftir henni.

Gertrud fer aftaná Ofeliu

LAERTES Nú, tú falski kongur,

gev mær faðir mín!

CLAUDIUS Laertes, nú, gev tol.

Page 50: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

LAERTESHvar er pápi?

CLAUDIUS Deyður.

Eg drap hann ikki.

LAERTESOg hvussu doyði hann? Og lúgvi ikki!Eg skal hava hevnd fyri pápa mín.

CLAUDIUSJa, hvør kann forða tær.

LAERTESMín egni vilji, og einki annað í verð.

CLAUDIUSGóði Laertes,um tú fært alt at vita, um hvat hendivið kæra faðir tínum, fer so hevndinat raka vin og fígginda og øll,sum best ber til?

LAERTESNei, bara fíggindar.

CLAUDIUS Og kennir tú teir?(Laertes svarar ikki.)

At eg ei hevði nakað við at geraat faðir tín varð dripin, og so djúpteg syrgi hann, tað fer at standaeins klárt og dagur fyri tínum eygum.Laertes, lat meg tala við tína sorg,Laertes, vart tú góður við pápa tín?Ella ert tú bert ein mynd av sorg,eitt andlit uttan sál?

LAERTES

Page 51: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Hví spyrt tú so?

CLAUDIUSEi tí eg haldi, hann ei var tær kærur;men tí eg veit, at kærleikin er bundinat tíðini, og tað eg havi sæðat tíðin ofta køvir kærleiks eld.Tað býr í sjálvum loga kærleikans eitt rak, ein veikur, sum kann doyva hannog einki gott kann vara við í ævir;tí tað ið gott er fyllist upp og kvalistí síni egnu góðsku. Tað, vit viljaáttu vit at gjørt, nú tá vit vilja;tí hetta ‘vilja’ broytist, verður seinkaðav tosi, undanførslum líka mongumsum hendur, tungur, óhapp eru til,og ‘áttu’ verður bert eitt tómligt suff,ið skaðar meðan tað ger gott. Men nú:til svullin: Hamlet!

LAERTES Eg skal skera

hann á háls, um so í kirkjuni.

CLAUDIUSJa, ongastaðni eigur morð at fáafriðskjól, hevndin eigur ei at havamørk.

Claudius finnur, á tallerki, ein óhvassan borðknívar inn í kamarinum hjá Gertrud.

Tit dystast so,vit vedda um hvør bestur er. Hann grunareinki ilt, so góðtrúgvin hann er,fer ei at kanna knívarnar, so túkanst lættliga tær velja ein við oddiuttan verju, og so løna honumfyri faðir tín.

LAERTESTað geri eg.

Og harafturat so skal eg salva knívin.

Page 52: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Eg keypti smyrsl á einum marknaði,so eitrandi, at lat tú bert ein dropaá knívsegg, og so onkran bløðgaði,tað finnast ongar urtir, savnaðar sjálvt undir fullmána, ið kunnu bjargatí, ið bara er skurslaður; eg smyrjitað á oddin, so um bert eg nertivið hann, doyr hann.

CLAUDIUS Vert at hugsa um.

Í dysti verða heitir tit, og sveittir –og ger tú nógv av, so hann verður pøstur –hann rópar eftir drekka; og eg gevihonum tá eitt steyp við onkrum í,so um hann sleppur undan oddi tínumkortini vit vinna. Hvat er hetta?

Gertrud kemur. Claudius leggur kvívin aftur.

GERTRUDSorgir aftaná sorgir koma skjótt.Laertes, hon er druknað, systir tín.

LAERTESDruknað? Hvar?

GERTRUDEitt pílatræ sum stendur har við ánna,og speglar síni gráu, gomlu bløð;har gekk hon, bant sær løgnar blómukransar,av notu, summardá og børkubónda.Har vildi hon á klænar kvistar hangakransar sínar, tá ein órein grein,fór av, og hon og prýði hennar duttuí ánna sum við tárum rann. Hon borinvar av klæðum sínum eina løtu,sum ein havfrúgv, sang og murraðivísur, júst sum um hon einki skiltiav síni neyð, men eins og var hon føddog borin til tann váta heimin. Mentann gjøgnumbloytti kjólin tyngdist skjótt,

Page 53: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

dró neyðardýrið niður, syngjandií móruni hon doyði.

LAERTES Hon er druknað.

Fer.

CLAUDIUSKom nú, Gertrud.

Eg kýtti meg at sissa hansar’ øði.Men hetta setti gongd á umaftur.Vit fara aftaná.

Fara.

FIMTI TÁTTUR

Mynd I: Hamlet loysir gátu og Gravarin loysir Hamlet

Onkursvegna eru áskoðararnir komnir inn í stóra salin og borðið/kamarið stendur ikki í vegin.

HAMLETOfelia!!! Ofelia!!! Ofelia!!!

Hamlet er bundin og hongur úr loftinum. Inn kemur Gravarin.

GRAVARISkal hon jarðast í vígdari jørð?

HAMLETJú, tað veit denn hon skal, so grava grøvina beinanveg:

GRAVARIHvar er spakin? Hvør er tað, ið byggir sterkari enn bæði múrarin, skipasmiðurin og timburmaðurin?

HAMLETGálgasmiðurin; hansara verk livir longri enn túsund lív.

GRAVARIUmaftini.

Page 54: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

MAÐUR‘Hvør er tað, ið byggir sterkari enn bæði múrarin, skipasmiðurin og timburmaðurin?’

GRAVARINJa, git mær tað, so skalt tú fáa frí.

MAÐURPínadoyð, eg veit!

GRAVARINSo sig tað.

MAÐURNei, guðsdoyð, eg veit ikki.

GRAVARINKroyst ikki høvdið meir við hasum; tað dovna esli gongur allíkavæl ikki skjótari, hvussu tú so bukar tað. Og næstu ferð onkur spyr teg hatta, svara so...

HAMLET...GRAVARIN!!! Húsini, hann byggir halda til dómadag.

Gravarin fer út aftur og stendur so uppi yvir Hamlet og loysir hann úr hafti.

Mynd II – Hamlet og Laertes berjast um Ofeliu

Laertes kemur gangandi við Ofeliu í fanginum. Við honum eru Gertrud, Claudius, Gyllinkrans og Horatio. Hamlet og Laertes møtast.

LAERTESFanin eigi teg!

Teir berjast.

HAMLET Tú biður ljótt.

Slepp takinum á kvørkrum mínum nú;eg eri ikki illsintur og kvikur,men eigi tó í mær ein vanda, sumtú skuldi vart teg fyri. Slepp mær so!

Page 55: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

CLAUDIUSSkil teir at!

GERTRUDNú, Hamlet!

ØLLGevist so!

HORATIOHoyr, góði, gevst nú.

HAMLETÁh, um hetta skal eg berjast við hann,so leingi tað er lív í eygnalokunum.

GERTRUDÁh, sonur mín, um hvat?

HAMLETEg elskaði Ofeliu. Fjørutitúsundbrøður áttu ei so nógvan kærleik,sum eg. Hvat vildi tú gjørt fyri hana?

CLAUDIUSNei, hann er ørur, Laertes.

GERTRUDFor Guds skyld, fyrigev honum.

HAMLETFor fanin, sig mær so, hvat hevði tú gjørt?Grátið? Sligist? Fastað? Skorið teg upp?Drukkið edikk? Svølgt eina krokodillu?Tað hevði eg.

GERTRUD Ørskapur!

Eitt herðindi, ið varir eina løtu,og síðan, sum ein dúgva, tá ið hennar’ungar eru klaktir, fellur friður

Page 56: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

aftur á hann.

HAMLETHoyr, hvat feilar tær?

Hví fert tú við mær soleiðis, hvat er?

CLAUDIUSGóði Horatio, ansa eftir honum.

Laertes fer við Ofeliu í fanginum og Claudius og Gertrud aftaná.

Mynd III – Hamlet er til reiðar

Hamlet og Horatio.

HAMLETKom, sig mær, er tað ikki nú mín skylda –hann kongin drap og gjørdi mammu til horu,meg trokaði hann burtur, valdi seg sjálvantil kong, og legði lúnskar fellur fyriat fáa lívið av mær – er tað ei rætt,at drepa hann við hesi hond? Og skeivtat lata handa forbrenda svullin livaog gera meira ilt?Men eg má siga at tað plágar meg,at eg í ørskapi leyp á Laertes;tí, eins og eg síggi meg sjálvan og mína søkso síggi eg hansara við. Hann er ein vinur.

Gyllinkrans kemur inn

GYLLINKRANSNú, tygum, um tað liggur fyri havi eg boð at bera frá kongi. Nú er tað so, tygum, at hátignin hevur veddað, lagt eina stóra upphædd, á tygara dugnaskap. Tað er soleiðis, at –Tygum vita væl, um kynstrið hjá Laertes –Kongur, tygum, hevur veddað, at í einum dysti í tólv umførum millum tygum sjálvan og Laertes, fer hann ikki at vinna við meir enn trimum beinum stoytum; hann hevur veddað tólv ímóti níggju; og dysturin kann fara fram nú skjótast gjørligt, um tygum høvdu vilja gjørt so væl at bent mær á eitt aftursvar.

HAMLETOg um eg svarið ‘nei’?

Page 57: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

GYLLINKRANSEg meinti, svara okkum, um tygum vilja stilla upp sum mótstøðumaður.

HAMLETKomið við knívinum, um Laertes vil, og eftir kongsins ynski skal eg royna at vinna fyri hann; um ikki tapi eg ikki annað enn skomm og nøkur sløg.

Gyllinkrans fer

HORATIOTú fert at tapa, óttist eg.

HAMLETEg haldi ikki. . Eg vinni undir hesum treytum. Men tú veitst ikki, hvussu sjúkur eg eri um hjartað. Men sama ger.

HORATIOUm tað er okkurt við hesum, tær ikki dámar, so sig tað. Eg skal fara til tey, og siga, tú ert sjúkur.

HAMLETIkki tað sum eitur, at eg fari at laga meg eftir einum varhuga. Ikki fellur ein spurvur til jarðar, uttan at forsjónin er við. Um tað er nú, so verður tað ikki seinni; verður tað ikki seinni, so verður tað nú; verður tað ikki nú, so verður tað tó einaferð. Tað ræður um at altíð vera til reiðar. Eingin veit nakað, um nakað, ið hann legði eftir, so hvat um tað legðist eftir nakað tíðliga? Sama ger.

Mynd III – Knívakampur

Claudius, Gertrud, Laertes og Gyllinkrans koma.

CLAUDIUSKom, Hamlet, kom og tak í hesa hond.

Leggur hondina á Laertes í hondina á Hamlet.

HAMLETEg biði teg um fyrigeving, gjørditær órætt; men tú fyrigevur mær,so stórur maður ert tú. Øll her vita,tú hevur hoyrt, eg eri plágaðurav ørsku. Tað, eg gjørdi, ið kann øsa

Page 58: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

náttúru og heiðurskenslu tínaso harðliga, tað var mín sálarsjúka.Gjørdi Hamlet Laertes nakað? Nei!Tí Hamlet var ikki Hamlet, men var burtur,og gjørdi ein órætt, tá hann ei var seg sjálvur.So Hamlet gjørdi tað ikki, Hamlet noktar.Hvør var tað so, meðni? Sjúkan. Um tað er so,var Hamlet so ikki fyri órætti við?Sjúkan er fíggindi hjá neyðars Hamlet.Nú, frammanfyri øllum,eg sigi eg var ósekur í øllumóndskapi, eins og ein maður sumskeyt upp um eitt hús sín píl og raktiegna bróður sín.

LAERTES Eg eri nøgdur.

Mítt hjarta vildi bara hava hevnd.

HAMLETTað gleðir meg at hoyra; nú vit dystast,brøðradyst og vinardyst; kom her!Hvar eru knívarnir? Nú, kom nú, her!

Teir gera seg til reiðar.

HAMLETNú, kom so.

LAERTESJa, kom so!

Teir fektast.

HAMLETEitt.

LAERTESNei.

HAMLETDómarin?

Page 59: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

GYLLINKRANSJú, hann rakti, púra víst hann rakti.

LAERTESUmaftur.

CLAUDIUSBíða; okkurt at drekka. Hamlet, hendan perlan er tín.Fyri tína heilsu. Rætt honum steypið.

HAMLETNei, enn eitt umfar fyrst. Set tað til viks.Kom!(Teir fektast.)Rakti aftur! Hvat sigur tú?

LAERTESTú rakti, jú. Eg viðgangi.

CLAUDIUSSonur okkar’ vinnur.

GERTRUD Men hann sveittar.

Hamlet, her, eitt lummaturriklæð.Drotningin skal skála fyri tær.

HAMLETTakk, tygum.

CLAUDIUSIkki drekka, Gertrud.

GERTRUDÁ jú, eg geri, um tú fyrigevur.

Hon drekkur, rættir síðani Hamlet steypið.

HAMLETNei, eg skal ikki hava enn. Bíða.

Page 60: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

GERTRUDKom, lat meg turka tær um ennið.

LAERTESHesuferð raki eg hann.

CLAUDIUSEg trúgvi ikki.

LAERTES(fyri seg sjálvan)Men tað er móti samvitskuni, tó.

HAMLETLaertes, triðja umfar. Kom, tú spælirbara, brúka alla tína megi.Tú arbeiðir uppá meg, haldi eg.

LAERTESHeldur tú? Lat okkum fáa at síggja.

Teir fektast.

GYLLINKRANSNei, hvørgin rakti.

LAERTESNú fært tú!

Laertes særir Hamlet; teir berjast, og í rokinum verða knívarnir býttir um.

CLAUDIUSSkil teir at, teir eru óðir.

HAMLETNei, kom aftur.

Drotningin dettur.

GYLLINKRANSAnsa eftir! Drotningin!

Page 61: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Hamlet særir Laertes.

HORATIOBáðir bløða! Hvussu stendur til hjá tær?

GYLLINKRANSHvussu gongur, Laertes?

LAERTESÍ míni egnu snaru fangaður.Dripin, Gyllinkrans, av egnum sviki.

HAMLETHvat er við drotningini?

CLAUDIUS Svímaði,

tá hon sá tykkum báðar bløða.

GERTRUD Nei!

Nei! Steypið, steypið, Hamlet, góði Hamlet.Tað er vínið! Vínið, tað er eitrað.

Hon doyr.

HAMLETÁ, svíkjarar! Hey! Læsi dyrnar skjótt!Hvar er svikið? Hvar?

LAERTEST’er her, beint her. Á, Hamlet, tú ert dripin;tað finst ei heilivágur, ið kann hjálpa;og tú ert deyður innan hálvan tíma.Tað er har, svikið, har í tíni hond,ei bara hvest, men eitrað við, og hereg liggi, tí tað vendist aftur á meg,og farin eri eg. Og eitrað viðer mamma tín. T’er kongur, tað var kongur.

HAMLETOddur – og við gift! Ger tað tú skalt!

Page 62: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Stingur Claudius

ØLLLandasvik!

CLAUDIUSÁ, hjálpi mær! Eg eri bara særdur.

HAMLETHygg her, forbrendi mordari og bukkur.Drekk hetta, hetta er títt giftarmál!Far so við mammu.

Hann noyðir Claudius at drekka úr steypinum. Claudius doyr.

LAERTES Uppiborðin revsing.

Giftin var hans’ egna bland. Nú, Hamlet,kunnu vit fyrigeva hvørjum øðrum?Tú eigur onga skuld fyri pápa og meg,eg eigi onga fyri teg.

Hann doyr.

HAMLETHimmalin gevi tær grið. Eg komi við.Eg doyggi, Horatio. Neyðars drotning, farvæl.Men tit, ið standa bleik og skelvandi,sum áskoðarar til alt, so tigandi,um eg bert hevði tíð – men strangi deyðingevur ikki loyvi – á, eg kunditosa – líkamikið. Farið alt. Horatio, tú livir! Lat tey vita,alt um meg og mína søk

HORATIOHer er ein dropi eftir.

HAMLETNei, ver ein maður!Gev mær steypið; slepp nú, pínadoyð;

Page 63: snar.fo · Web viewog við at syngja ein sang. Kirkjuklokkan ringir. Øll fara frá borðinum uttan Hamlet. Vit eru aftur í jarðarferð, men skilja at hetta er jarðarferðin hjá

Horatio, ringt orð eg fái á megog navn mítt, vil ei nakar tala at.So tala, vart tú góður við meg, ikkifara beint til himmals, men koyr á,statt stinnur her í verðini av pínu,sig frá um meg. Og restin bert er tøgn.

Hann doyr.

HORATIOHer brast eitt vakurt hjarta. Góðanátt;Og einglaskarðar syngið teg í frið.

Øll syngja sálmin, Deyði hvar er broddur tín nú

FINIS