byurin april 2014

48
nýggjur handil í miðbýnum Føroya størsta úrval av brillum í miðbýnum páskir Hennara Apríl 2014 Tema Gleðiligar MB-Tours Vármótin í miðbýnum

Upload: ann-mari-b-mouritsen

Post on 21-Feb-2016

220 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Apríl útgavan av blaðnum Býurin

TRANSCRIPT

Page 1: Byurin april 2014

nýggjur handil í miðbýnum

Føroya størsta úrval av brillum í miðbýnum

páskir

Hennara

Apríl 2014

Tema

Gleðiligar

MB-Tours

Vármótiní miðbýnum

Page 2: Byurin april 2014

Byrja ferðina hjá okkum,soleiðis at tú trygt kanst njóta hana!

- vit fylgja tærFar bara

trygging.fo

FERÐAtRygging

Ferðatrygging - galdandi í londunum, har tú ferðast

Reyða ella grøna kortið* - eru kravd í ymsum londum, tá ið tú ferðast uttanlands í bili

Bláa kortið* - vísir tær, hvar tú skalt ringja, um tú ert fyri óhappi uttanlands

Pass - kanna væl eftir og í góðari tíð áðrenn fráferð, um passið er galdandi

Visum - ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið

Ferðast trygt – uttan mun til, hvagar leiðin gongur, ella hvørjum tú møtir.

Minst til at fáa alt við:

*Fæst á okkara deildum

Page 3: Byurin april 2014

Fyrivarni verður tikið fyri villum og útseldum vørum. Svanamerktur prentlutur 541 705

Sniðgeving og uppseting: Loysnir við Ann-Mari B. MouritsenKreativ Samskipan: Ingibjørg JacobsenPrent: Føroya PrentTekstur: Grækaris D. MagnussenMyndatøkur: Miriam & JanusForsíðumodell: Katrina Egholm Blómur: AkkuleyaHár/smyrsl: Laila Carlsen

“Hennara” nýggjur handil í miðbýnum

Nýtt og føroyskt

Sølutorgið í Vágsbotni

Tema: MB-Tours

1725

15

6

3

6

4

15

24

16

138

Byrja ferðina hjá okkum,soleiðis at tú trygt kanst njóta hana!

- vit fylgja tærFar bara

trygging.fo

FERÐAtRygging

Ferðatrygging - galdandi í londunum, har tú ferðast

Reyða ella grøna kortið* - eru kravd í ymsum londum, tá ið tú ferðast uttanlands í bili

Bláa kortið* - vísir tær, hvar tú skalt ringja, um tú ert fyri óhappi uttanlands

Pass - kanna væl eftir og í góðari tíð áðrenn fráferð, um passið er galdandi

Visum - ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið

Ferðast trygt – uttan mun til, hvagar leiðin gongur, ella hvørjum tú møtir.

Minst til at fáa alt við:

*Fæst á okkara deildum

Page 4: Byurin april 2014

BýurinApríl 20144

Maria Poulsen BúnýtiT e l 3 1 2 0 0 1 | F a x 3 1 4 6 5 7 | b u n y t i @ m p . f o

MINST TILKUFFERTIÐ!

T e l 3 1 2 0 0 1 | F a x 3 1 4 6 5 7 | b u n y t i @ m p . f o

Page 5: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 5

úrval av brillum

Frá okkum fært tú altíð eitt gott tilboð.Kom inn og fá professjónella vegleiðing.

størstaFøroya

Bøgøta 5 · Tel 310088 · [email protected]

Page 6: Byurin april 2014

BýurinApríl 20146

hjá

Skjúrta frá Bosweel 698 kr.

Skjúrta frá Bosweel 570 kr.

Kom inn Hjá Kissa og síggj okkara stóra úrval av skjúrtum, slipsum og klædningum

Slips199 kr.

Slips399 kr.

Canson jakki1.498 kr.

Page 7: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 7

Leðurjakki 3.598 kr.

Blusa frá Solid 349 kr.

K

K

issa

allkyn

Mod

ell:

Petu

r Alla

n K

lem

ents

en /

Myn

d: M

iriam

& Ja

nus

Page 8: Byurin april 2014

BýurinApríl 20148

MB-Tours: Størsta cruise-ferðaskrivstova í FøroyumThe grand old man í føroysku cruise-ferðavinnuni var í mong ár Sigurd Simonsen (sáli). Men í 2000 lótu Mouritsen´s Bussar upp ferðaskrivstovu, og í dag hava tey nógv flestu cruise-ferðaskipini, sum koma til Føroya.

Seinastu árini hevur cruise-ferðavinnan veruliga tikið dik á seg í Evropa. Hendan vinnan hevur í mong ár verið stór í USA, í Miðal-havinum, og í oyggjunum í Karibiska havinum. Men seinnu árini hava stóru og stásiligu ferðafólkaskipini partvís broytt kós, og kósin er sett móti Evropa. Og tað sæst eisini aftur í Føroyum.“Fyri umleið 15 árum síðan komu 15 til 20 cruise-skip til Føroya. Í 2013 vóru tey komin upp í umleið 60,” sigur stjórin í MB-Tours, Magni V. Mouritsen.MB-Tours avgreiddi 50 av teimum umleið 60 cruise-skipunum, sum vitjaðu Føroyar í fjør. Men MB-Tours er so nógv annað og meira enn cruise-ferðavinna.

Mouritsen´s BussarTað byrjaði alt í 1983, tá pápi Magna V. Mouritsen, Mourits Mouritsen, keypti fyrsta bussin. Hetta var ein býbussur. Seinni útvegaðu teir sær fleiri bussar, og heilt til fyri nøkrum fáum árum síðan hevur felagið havt býbussar koyrandi í Tórshavnar kommunu.Sum fráleið fóru Mouritsen´s Bussar eisini yvir í ferðavinnuna. Teir útvegaðu sær bussar, sum burturav vórðu nýttir til koyring við ferðafólki.Í 2000 kom Magni V. Mouritsen heim aftur til Føroya eftir at hava tikið útbúgving sum akademiøkonomur í ferðavinnu. Tá stovnaðu tey ferðaskrivstovuna, MB-Tours, sum í veruleikanum er eitt hjáheiti til upprunaliga navnið, Mouritsen´s Bussar. Tá ið ferðaskrivstovan varð stovnað, átti felagið bæði býbussar og ferðavinnubussar.“Vit brúka bæði nøvnini, men tá tú samstarvar við útlendingar nyttar onki at brúka føroyska navnið, Mouritsen´s Bussar. Tí tóku vit MB-Tours aftrat,” sigur Magni V. Mouritsen.

Bryggjubakki 16Tel 32 21 [email protected]

MOURITSEN´S BUSSAR

MOURITSEN´S BUSSAR

Navn: Magni V. MouritsenStarv: Stjóri í MB-ToursAldur: 38 árÚtbúgving: Akademiøkonomur í ferðavinnuGiftur við: Ann-Mari B. MouritsenBørn: Teitur 11 ár, Búi 8 ár, Anna 5 ár

Page 9: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 9

Incoming ferðavinnaFyrstu tíðina arbeiddi MB-Tours bæði við at skipa fyri ferðum úr Føroyum í útheimin, og úr útheiminum til Føroya, tað, vit nevna “incoming-ferðavinna.” Men fyri tað fyrsta vóru longu fleiri ferðaskriv-stovur, sum seldu ferðaseðlar til føroyingar, sum ynsktu at ferðast uttanlands. Og so var tað eisini ein onnur avbjóðing:“Fólk fóru at nýta alnetið meira og meira. Tað er jú rættiliga einfælt at útvega tær ferðaseðlar á netinum. Fólk nýtast ikki at fara inn á eina ferðaskrivstovu at avgreiða tað. Tað er í hvussu er soleiðis, nógv hava tað. Og tí valdu vit í staðin at taka okkum av incoming-ferðavinnu. Men fyrst og fremst løgdu vit okkum eftir cruise-ferðavinnuni,” sigur Magni V. Mouritsen.Stjórin í MB-Tours helt seg síggja longu í 2000 og 2001, at cruise-ferðavinnan fór at vinda uppá seg um okkara leiðir. Og í Føroyum var tað í stórum bara Sigurd Simonsen, sum fekst við hesa vinnuna.“Eg sá, at stóru reiðaravirkini, sum sigldu við cuise-skipum í Karibiska havinum, byrjaðu at kaga meira eftir Evropa. Tí valdi eg at satsa upp á júst hesa vinnuna. Og tað var rætt satsa, tí tað var júst hetta, ið hendi. Í dag er cruise-ferðavinnan í rúkandi framgongd í Evropa – og partvís í Asia eisini,” sigur Magni V. Mouritsen.Heilt síðan ferðaskrivstovan varð stovnað, hava tey verið á cruise-ferðavinnustevnum einar tvær ferðir um árið, serliga í USA. “Tað er á slíkum stevnum, tú knýtir sambond, og soleiðis fært tú upp-gávur,” sigur Magni V. Mourtisen.

Gekk skjótt rætta veginFyrsta ferðafólkaskipið avgreiddi MB-Tours longu í 2001. Tað var fyri reiðaravirkið “Holland-America-line”. Síðan er tað bara gingið stútt framá. Í 2007 høvdu tey 14 skip, og í fjør var talið komið heilt upp í 50 skip 60 cruise-skipum íalt.Arbeiðið hjá MB-Tours liggur í at fyrireika allar útferðir og tiltøk, sum ferðafólkini ynskja. Tað er fyrireiking av bussum, ferðaleiðarum, útferðum og annað. Flestu ferðafólkini vilja uppliva mest møguligt teir umleið 8 tímarnar, tey eru í landi.“Tú kanst spyrja teg sjálvan, hvat tú hevði valt, um tú vart á einari cruise-ferð í Karibiska havinum, og tit komu til eina spennandi oyggj. Hevði tú valt bara at sæð eitt ávíst stað, ella hevði valt ein túr, har tú sást megin partin av oynni,” spyr Magni V. Mourtisen.“Vit royna tí at leggja soleiðis til rættis, at bussferðirnar eru so fjølbroyttar sum tilber, altso, at ferðafólkini síggja og uppliva mest møguligt av Føroyum hesa stuttu tíðina. Hini, sum ikki fara útferð meðan tey eru her, velja ofta at spáka aftur og fram í havnargøtum, til tey skulu umborð aftur,” sigur hann.Magni V. Mouritsen metir, at umleið 50.000 ferðafólk komu til Føroya við cruise-ferðaskipum í 2013. Og útlit er til, at hetta talið fer at vaksa upp aftur meira komandi árini.

“Fyri nøkrum árum síðan varð sagt, at tað vóru amerikanarar við miðalinntøku – ella miðalríkir amerikanarar, sum gjørdu cruise-ferðir. Soleiðis er tað ikki longur. Í dag eru tað so nógv onnur, sum eisini velja eina cruise-ferð,” sigur Magni V. Mouritsen.

Tríggjar ferðavinnubussarMouritsens Bussar/MB-Tours eigur í dag tríggjar væl útgjørdar ferðavinnubussar. Og ætlanin er fara undir aftur at gera meira við innlendis ferðavinnu. Hóast felagið hevur gjørt minni við incoming-ferðavinnu seinnu árini, so hava tey ongantíð slept tí heilt.“Vit hava alla tíðina havt nakrar størri bólkar og hava skipað fyri rættiliga stórum tiltøkum, m.a. ráðstevnum. Í størsta bólkinum vóru eini 500 fólk. Og við frálíku bussunum hava vit góðar møguleikar at skipa fyri tiltøkum fyri bæði føroysk og útlendsk ferðafólk. Men tað verða serliga bólkar, vit fara at taka okkum av. Sum sagt, tað hava vit jú ongantíð slept heilt, og tí liggur væl fyri at gera meira burturúr aftur nú,” heldur hann.Hendan dagin, eg vitji inni á skrivstovuni hjá MB-Tours á Bryggju-bakka, er frálíkt veður. Úr skrivstovuvindeyganum síggja vit út yvir hundraðtals bátar í Vágsbotni og framman fyri Skálatrøð. Har ligg-ur skipasmiðjan MEST. Sólin skínur, og hóast summarið framvegis er nakað fjart, kemur tú í ein summarsligan góðhýr. Og har fer eitt 8-mannafar tuffandi út millum bátabrýrnar og stevnir út av Havnarvág. Harút, sum stóru ferðafólkaskipini fara at liggja um einar tveir mánaðir. Tey, sum ikki fara at liggja við Molan.Tað er ljóst inni á ferðaskrivstovuni hjá MB-Tours. Á einum veggi hongur eitt stórt heimskort. Í dag er Magni V. Mouritsen einsamallur á skrivstovuni, men konan, Ann-Mari, arbeiðir eisini á skrivstovuni hjá MB-Tours. Her er talan um eina familjufyritøku, sum vil taka av teimum avbjóðingum, sum koma. Ein fyritøka, sum um fá ár kann fara at avgreiða upp aftur fleiri cruise-skip enn tey 50, sum tey avgreiddu í fjør.

Page 10: Byurin april 2014

BýurinApríl 201410

til ein og hvønn tørvskógvar

www.fotbuni.fo

kr. 950,-Clarks favor speed

kr. 650,-Clarks slipon

kr. 1.575,-Billi Bi camel

kr. 1.450,-Billi Bi

Green Comfortkr. 1.175,-

Green Comfortkr. 1.175,-

Page 11: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 11

Jumpsuit frá Fransa 499 kr.

Hennara

Mod

ell:

Tóra

Win

ther

Rei

nert

/ Myn

d: M

iriam

& Ja

nus

Page 12: Byurin april 2014

BýurinApríl 201412

Linsan Optiktel [email protected]

Linsan OptikÍ hugnaligu hølunum í veg-hæddini heldur Linsan Optik til. Tað er optikarin, Eydna Vágsheyg, sum eigur og rekur handilin. Her kemur kundin í fyrstu røð og við merkjum sum Lindberg og Ray Ban sæst, at dentur verður lagdur á góðsku.

Tilboð

Tilboðið er galdandi 10.-30. apríl

við keypi av nýggjum brillugløsum.

1 kr.Útvald brillustell:

bert

Page 13: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 13

Maria Poulsen BúnýtiT e l 3 1 2 0 0 1 | F a x 3 1 4 6 5 7 | b u n y t i @ m p . f oT e l 3 1 2 0 0 1 | F a x 3 1 4 6 5 7 | b u n y t i @ m p . f o

Page 14: Byurin april 2014

BýurinApríl 201414

Army skjúrtaT-shirt

T-shirt

BuksurShorts

Denim skjúrtaBertoni skógvarT-shirt

kr. 499,-1.2.3.4.

5.6.7.8.

kr. 249,95kr. 599,-kr. 359,-

kr. 169,-

Stórt úrval av klæðum

kr. 399,-kr. 999,-úr kr. 100,-

KallkynVágsbotnur / tel 316206 / [email protected]

1

3 4

5

6

8

2

7

til hansara

Page 15: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 15

Chr

istia

no R

onal

do &

JBS

/ C

R7

trunk

s 169

kr.

/ CR

7 bo

xer 1

99 k

r.

Steinvaskað jeans skjúrtakr. 499,-

Skjúrta kr. 359,-Jeans kr. 599,-

Blend

Leðurjakki kr. 1.899,-

Leðurjakki kr. 2.600,-

Solid

Bertoni

Page 16: Byurin april 2014

BýurinApríl 201416

Prísur úr 499,- til 699,-

Jeans

Kallkyn

Page 17: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 17

Vit hava stórt úrval av føroyskum vørum frá

Vimu í Klaksvík

Lekrar føroyskar pútur frá Vimu320 kr.

Føroyskar troyggjur viðnýggjum sniði frá VimuTil kvinnur 890 kr.Til menn 990 kr.

Stórt úrval av føroyskum

troyggjum frá Vimu

Lekrir hálvgummistivlar frá Alaska375 kr.

Vøttir frá Vimu 200 kr.

Barnasokkar, 7 pør í pakkanum 70 kr.

Húgva frá Vimu220 kr.

Vøttir frá Vimu 270 kr.

Turriklæði frá Vimu 350 kr.

&Føroyskar húgvur frá Rannvu 295 kr.

Skinn handskar frá Rannvu 395 kr.

nýttføroyskt

Lekkur hondbundin taska. Frá Vimu. Uttan snarlás 350 kr.Við snarlási 400 kr.

Page 18: Byurin april 2014

BýurinApríl 201418

Jakki 599 kr.T-shirt 199 kr.Buksur 399 kr.

Cardigan 399 kr.Buksur 399 kr.Toppur 130 kr.

Skjúrta 399 kr.Niðurdeilur 300 kr.Nylonsokkar 84 kr.

nýggjur handil í miðbýnum í HavnÁarvegur 5 · Tel 27 40 75

Page 19: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 19

Mánadag - hósdag: 12.00-17.30Fríggjadag: 12.00-18.00Leygardag: 10.00-14.00

hennara15. mars í ár lat nýggjur handil upp á Áarvegi 5. Tað er Anna Petersen, sum eigur og rekur handilin “Hennara.” Anna er útbúgvin stílcouch/stílistur á Stylewise Academy við Tini Owild í Keypmannahavn, so tað var nærliggjandi hjá henni at lata ein klædnahandil upp. Anna Petersen hevur lagt seg eftir at selja klædnamerkir, sum ikki eru at fáa til keyps í Havn frammanundan. Í “hennara” fært tú merkjavørur sum m.a. Fransa, hollendska merkið BLACK, danska Henriette Steffensen, italska merkið Good Morning Universe og portogisiska merkið Salsa. Kom inn í Hennara og síggj øll tey flottu klæðini. Og hevur tú tørv á vegleiðing, hjálpir Anna tær at finna røttu klæðini, klæðir sum tú veru-liga kemur at kenna teg væl í.

Upplatingartíðir:

Page 20: Byurin april 2014

BýurinApríl 201420

GunnvaBiker jakki frá StudioStd. 38 - 56899 kr.

GunnvaTurriklæði249 kr.

GunnvaTaska frá Orella Paris 649 kr.

HennaraBlusa frá Fransa 399 kr.

HennaraBlusa frá Henriette Steffensen 499 kr.

HennaraSkjúrtublusa frá Henriette Steffensen 599 kr.

HennaraKjóli frá Henriette Steffensen 799 kr.

prentDjóra HennaraArmband frá Henriette Steffensen 359 kr.

Page 21: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 21

Skjúrta frá Bertoni 599 kr.Jakki frá Bertoni 1.899 kr.Butterfly frá Lindbergh 200 kr.

Kallkyn

Mod

ell:

Petu

r Alla

n K

lem

ents

en /

Myn

d: M

iriam

& Ja

nus

Page 22: Byurin april 2014

BýurinApríl 201422

Toppur frá MatStd. 36-56. Fleiri litir.

549 kr.

Page 23: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 23

GUNNVAAll size 36-56

Stødd36-56

Kom inn í handilin og finn røttu støddina til tín

Jeans frá Veto 749 kr.Std. 38-54 / Longd 32 og 34

Jeans frá Veto 749 kr.Std. 38-54 / Longd 32 og 34

Jeans frá Veto 749 kr.Std. 38-54 / Longd 32 og 34

Jeans Studio-Army 849 kr.Std. 38-56

Vit hava stórt úrval av merkinum Mat

Page 24: Byurin april 2014

BýurinApríl 201424

Bussartil øll endamál Tel 32 21 21 · 21 44 53 · [email protected]

MOURITSEN´S BUSSAR

Page 25: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 25

Tel 32 21 21 · 21 44 53 · [email protected]úrta 799 kr.Buksur 379 kr.

Gunnva

Mod

ell:

Tóra

Win

ther

Rei

nert

/ Myn

d: M

iriam

& Ja

nus

Page 26: Byurin april 2014

BýurinApríl 201426

Vøran skal vera betri enn í handlunumTað er bara ein treyt fyri at selja á sølutorginum í Vágsbotni: Tað, sum selt verður, skal vera nógv betri enn tað, sum fæst í handlunum.Teir báðir útróðrarmenninir, Mortan Johannesen og Carl August Arge eru ímyndin av Sølutorginum í Vágsbotni. Teirra frálíku fiskavørur gleða ikki bara havnarfólk, men eisini onnur, sum koma langvegis bert fyri at fáa feskt.Fyrr vóru tað Seiðagimmi og aðrir, kanska serliga nólsoyingar. Hendan leygardagin verður bara selt á básinum hjá Mortani Johan-nesen. Abbasonurin, 22 ára gamli Hanus á Bøgarði, selur. Hann er hugagóður. Tekur væl ímóti viðskiftafólkunum. Abbin hevur bjóðað abbasoninum part av tí, sum kemur inn av søluni. So nú ræður um at selja mest møguligt.

Alt gott úr sjónumÁ Básinum ella plintinum hjá Mortani Johannesen og Hanusi á Bø-garði er alt gott úr sjónum: Toskaflak, rogn, ræstur fiskur, turt tvøst og turt spik, kjálkar, lippur og heimagjørdar frikadellur og heimagjørd knetti.

“Eg plagi at siga, at hetta eru vistfrøðiligar frikadellur og vistfrøðilig knetti. Tí her er alt natúrligt, heldur ikki mjøl havi eg koyrt í,” sigur Mortan Johannesen. Og væl eru frikadellurnar og knettini hjá Mortani Johannesen dámd, tí tað stendur á gera nóg mikið.“Vit megna ikki at standa søluni kurl,” sigur hann

Tikið í nýtslu í 2008Mortan Johannesen hevur verið sjómaður stóran part av sínum vak-snamannalívi. Hann hevur eisisini fingist við aling. Í 2000 lánti hann ein útróðrarbát frá beiggja sínum, Sonna Johannesen, og tá byrjaði hann at selja í Vágsbotni.“Eg byrjaði at selja feskan fisk. Síðan fór eg undir at ræsa fisk umborð á útróðrarbátinum, tað var tað nærmasta, eg kundi koma røstum trolarafiski. Síðan fór eg at skera flak,” greiður Mortan Johannesen frá.Spakuliga víðkaði hann virksemið. Tá tað ikki var útróðrarveður, byrjaði hann at gera frikadellur og knetti. Men so kom Heilsufrøðiliga Starvsstovan inn í myndina. Starvsstovan setti ymisk krøv til reinføri og líknandi. Tórshavnar kommuna fór tá undir at umbyggja økið. Og í juni mánað í 2008 varð nýggja sølutorgið tikið í nýtslu.

Sølutorgið í Vágsbotni

Page 27: Byurin april 2014

BýurinApríl 2014 27

Toskur við tomat og persillu

UPPSKRIFTFISKA

(4 fólk)

Oddvørsa

Sker toskaflakið í hóskandi stykkir, legg stykkini í eitt eldfast fat við bakipapíri. Legg lok á og baka í uml. 15 minuttir í 175 hitastigum. Fiskurin skal verða hvítur og fastur.Legg fiskin á eitt fat, rív skalið av sitrónini og trýst saftina úr. Blanda rivið sitrónskal og saft saman við olivenolju. Sker tomatirnar í stykkir, og leykin í terningar. Koyr alt oman yvir fiskin og klipp persillu omanyvur.

500 gr. av toskaflakiGrovt saltSaft og skal av einari sitrón1 dl av góðari olivinolju12 smáar cherrytomatir1 reyðleyk1 tyssi av persillu

Frá sjógæti til grønmetiUndirtøkan hevur verið góð, síðan nýggja sølutorgið varð tikið í nýtslu. Hugurin at selja hevur verið góður, og keypshugurin hevur eisini verið góður. Í dag er sølutorgið í Vágsbotni ein inngrógvin partur av býarmyndini. Og her er lív í alt árið. Fiskur og fiskavørur verða seldar alt árið. Aftrat fiskavørunum verður grind seld, tá grind hevur lagt beinini ymsastaðni í Føroyum, í havhestatíðini, t.e. frá umleið 25. august til 10. september, vera havhestaungar seldir - bæði svidnir og skræd-laðir, nýggj føroyskur epli, røtur, jarðber og annað grønmeti, sum er vaksið í Føroyum, verður eisini selt.Hevur tú hug at selja eitthvørt á Sølutorginum í Vágsbortni, kanst tú seta teg í samband við Skivuna ella við Mortan Johannesen. Sum hesin 71 ára gamli útróðrarmaður leggur dent á: “Einasta treytin er, at vøran er betri - helst nógv betri, enn tað, tú fært í handlunum.”

Page 28: Byurin april 2014
Page 29: Byurin april 2014
Page 30: Byurin april 2014
Page 31: Byurin april 2014
Page 32: Byurin april 2014
Page 33: Byurin april 2014
Page 34: Byurin april 2014
Page 35: Byurin april 2014
Page 36: Byurin april 2014
Page 37: Byurin april 2014
Page 38: Byurin april 2014
Page 39: Byurin april 2014
Page 40: Byurin april 2014
Page 41: Byurin april 2014
Page 42: Byurin april 2014
Page 43: Byurin april 2014
Page 44: Byurin april 2014
Page 45: Byurin april 2014
Page 46: Byurin april 2014
Page 47: Byurin april 2014
Page 48: Byurin april 2014

1

- tí tú ert nakað serligt...

SIRI midtby blad APRIL.indd 1 25/03/14 16.07