fØroyar 5.2 (fo)

10
O R K A F Ø R O Y A R 5.2 H V U S S U L J Ó Ð A F Ø R O Y A R ?

Upload: orkaonline

Post on 05-Mar-2016

271 views

Category:

Documents


8 download

DESCRIPTION

SAMBAND: Norðurlandahúsið í Føroyum ATT: Urd Johannesen Norðari Ringveur Postbox 1260 FO-100 Tórshavn Tlf. +298 351 351 E-mail: [email protected]

TRANSCRIPT

Page 1: FØROYAR 5.2 (FO)

O R K A

F Ø R O Y A R 5 . 2H V U S S U L J Ó Ð A F Ø R O Y A R ?

Page 2: FØROYAR 5.2 (FO)
Page 3: FØROYAR 5.2 (FO)

F Ø R O Y A R 5 . 2

– Hvussu ljóða Føroyar? bjóðar tær inn í ein serstakan heim, har tú hoyrir, hvussu tað ljóðar, tá ið tónleikarar spæla upp á eitt land. Talan er um eina ljóðinstallatión, ið ORKA, við Jens L. Thomsen, tónleikaframleiðara, og Una Árting, jarðfrøðingi, hava tikið stig til saman við Granskingarráði Føroya. Hon er eitt mótsetningsmikið samspæl millum tónlist og jarðfrøði, verk og tilgongd, og avantgarde og atkomuligheit. Installatiónin er sett saman av video, surroundljóði og rúmi.

Page 4: FØROYAR 5.2 (FO)

A R B E I Ð S T I L G O N G D

Til tess at finna fram til, hvussu føroyska undirgrundin ljóðar, hava Jens L. Thomsen og Uni Árting verið á fimm seismiskum mátistøðum í Føroyum. Mátistøðirnar liggja í Suðuroy, Vágum, Norðurstreymoy, Svínoy og Tórshavn; hyggur ein at Føroyakortinum, sæst, at støðirnar umboða tær fýra høvuðsættirnar, norður, suður, eystur og vestur. Á mátistøðunum hava teir tikið upp seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum, og upptøkurnar eru síðan tilevnaðar, samplaðar og komponeraðar inn í eina tónlistarliga heild. Harumframt eru ferðirnar út til mátistøðirnar, fyrireikingar og ljóðupptøkur skjalfestar á videoupptøkum, ið verða nýttar í sjálvum verkinum. Sostatt er FØROYAR 5.2 ein audio-visuell heild, har tilgongdin gerst partur av verkinum.

Page 5: FØROYAR 5.2 (FO)

U M P R O J E K T I Ð

FØROYAR 5.2 sýningin er í trimum pørtum: fyrst ein stuttur inngangur, har teir báðir listamenninir Jens L. Thomsen og Uni Árting greiða frá, hvussu verkið er skipað. Síðan er ein heimildarfilmur, har tú ígjøgnum handhildið videotól fylgir teimum báðum út á ymsu oyggjarnar og niðan á fjøll, har mátistøðirnar standa. Her sært tú teir spæla upp á Føroyar við sleggjum, steinum o.ø. At enda verður sjálvt verkið sýnt og spælt umvegis fimm skíggjar, hátalarar og subwoofarar. Fýra hátalarar og fýra skíggjar umboða tær áðurnevndu fýra ættirnar, meðan fimti hátalarin/skíggin, ið er uppi undir loftinum, umboðar høvuðsstaðin Tórshavn.Sum luttakari í FØROYAR 5.2 fert tú eisini sjálvur ígjøgnum eina tilgongd, har tú fyrst fylgir gongdini í ávikavist innganginum og heimildarfilminum, og síðan verður tú fevndur av sjálvum verkinum. Brádliga byrjar tú at hoyra og síggja heildina, so hvørt sum ymsu ljóð- og videokeldurnar renna saman í bergtakandi, komponeraðum samljóði.

Page 6: FØROYAR 5.2 (FO)

“[...] konceptet er fuldt forløst med præcision, indlevelse og fornem musikalsk tæft. [...] Værket har sin egen urkraft, men det giver også som al god kunst plads til tilskuerens egne forestillinger og tanker”- Ole Wich (Faeroensis)

“This is the best display of how a stupid sounding idea can turn out into something really creative and really brilliant”- Daniel Köhler (Bayern BR Puls)

Page 7: FØROYAR 5.2 (FO)

“Genious, avantgarde, the single most exciting series of sounds that I’ve ever heard”

- Matthew Workman (Faroe Podcast)

“Sjúkliga gott! Eg varð skakaður inn á merg, drigin upp úr djúpasta sorta, borin av Føroyum og ljóðinum, sum koma innan úr teimum. Beinini skulvu undir mær mog slóðir av ljóðunum hanga enn eftir í hvørjari spong”

- Oddfríður Marni Rasmussen (Rithøvundur)

Page 8: FØROYAR 5.2 (FO)

VERKÆTLANARLEIÐARIUrd Johannesen,

Norðurlandahúsið í Føroyum.

MYNDATØKNINGARRúni Friis Kjær

Heðin Ziska DavidsenJón Sand Davidsen

SEISMISKUR TØKNINGURUni Petersen

FOTOGRAFARPetur Pólson (Suðuroy)

Jóanes Árting (Vík)Kirstin Helgadóttir (Svínoy)Rúni Friis Kjær (inngangur)

VIDEOKLIPPINGHeiðrik á Heygum (inngangur)Uni Árting and Rúni Friis Kjær (heimildarfilmur)Thomas Koba (FØROYAR 5.2)

TRAILERHeiðrik á Heygum

FRAMLEIÐSLUTØKNINo Parking Production

GRAFISK SNIÐGEVINGKirstin Helgadóttir

FALDARATEKSTURKnút H. Eysturstein

O R K A

V I Ð J E N S L . T H O M S E N O G U N A Á R T I N G

F Ø R O Y A R 5 . 2

Page 9: FØROYAR 5.2 (FO)

FRAMLEITT FYRI Granskingarráðið

og Vísindavøkuna 2012 í samstarvi við Jarðfeingi og

Norðurlandahúsið í Føroyum.

TAKK TILTjóðpallur FøroyaVisitFaroeIslandsKringvarp Føroya

Studio BlochFøroya Bjór

FormulaNema

Sakaris Fríði StóráHallur HelmsdalHallur Thomsen

SAMBANDNorðurlandahúsið í Føroyum

ATT: Urd Johannesen Norðari Ringveur

Postbox 1260FO-100 Tórshavn

Tlf. +298 351 351E-mail: [email protected]

YOUTUBEhttp://www.youtube.com/watch?v=eILF_ti0a08

Page 10: FØROYAR 5.2 (FO)