framtíðar eftirlønarskipan fyri føroyar

27
1 Fíggjarmálaráðið Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar Endamálið er at skipa viðurskiftini soleiðis, at vit fáa eina fíggjarliga haldføra eftirlønarskipan, ið tryggjar øllum eftirlønarum ein virðiligan og góðan aldurdóm Dagskrá: 1. Yvirlit 2. Demografiskar framskrivingar 3. Fíggjarligar framskrivingar 4. Tiltøk sum kunnu minka vøksturin í eldraútreiðslunum a) broyting av almannapensjónum b) øking av persónligari uppsparing c) hækking av pensiónsaldri d) prístalsjavning av almannapensjónum 5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum 6. Hvussu stór uppsparing er neyðug 7. Samandráttur

Upload: betha

Post on 13-Jan-2016

123 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar. Endamálið er at skipa viðurskiftini soleiðis, at vit fáa eina fíggjarliga haldføra eftirlønarskipan, ið tryggjar øllum eftirlønarum ein virðiligan og góðan aldurdóm Dagskrá: Yvirlit Demografiskar framskrivingar Fíggjarligar framskrivingar - PowerPoint PPT Presentation

TRANSCRIPT

Page 1: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

1Fíggjarmálaráðið

Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

Endamálið er at skipa viðurskiftini soleiðis, at vit fáa eina fíggjarliga haldføra eftirlønarskipan, ið tryggjar øllum eftirlønarum ein virðiligan og góðan

aldurdóm

Dagskrá:1. Yvirlit2. Demografiskar framskrivingar3. Fíggjarligar framskrivingar4. Tiltøk sum kunnu minka vøksturin í eldraútreiðslunum

a) broyting av almannapensjónumb) øking av persónligari uppsparingc) hækking av pensiónsaldrid) prístalsjavning av almannapensjónum

5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum6. Hvussu stór uppsparing er neyðug7. Samandráttur

Page 2: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

2Fíggjarmálaráðið

1. Yvirlit

Demografiska og fíggjarliga gongdin:• Fleiri eldri og færri arbeiðsfør• Vaksandi útreiðslur til eldrarøkt og pensjónir• Færri á arbeiðsmarknaðinum merkir minni skattainntøkur

Eldraútreiðslurnar sum prosentpartur av BTÚ vaksa so nógv at tað førir til økt skattatrýst og fíggingartrupulleikar

Landskassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur

Landskassin fer ikki longur at kunna fíggja pensjónir og røktartænastur

Tað er tí neyðugt at gera stórar broytingar av almennu og persónligu pensjónsskipanunum

Page 3: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

3Fíggjarmálaráðið

Hvør hevur áhuga í einum pensjónsreformi

Landsbankin

Lívs-tryggingar-

feløg ogpeninga-stovnarnir

SamfelagiðBorgarar

Fakfeløg ogArbeiðsgevara-

feløg

Almanna- og heilsu-málaráðið

Landsstýrið og

Løgtingið

Fíggjar-málaráðið

Eftirløn

Page 4: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

4Fíggjarmálaráðið

2. Demografiskar framskrivingar

2007 2010 2020 2030 2040 2050

0-1914.83

9 14.699 14.04

713.54

213.32

812.94

1

20-6427.05

027.390

27.656

27.144

25.802

25.572

65+ 6.591 7.070 8.95411.10

013.05

613.30

9

Tilsamans48.48

049.159

50.657

51.786

52.186

51.822

Arbeiðsfør í mun til 65+

0

1

2

3

4

5

2007 2010 2015 2020 2025 2030 2035 2040 2045 2050

Arb

eiðs

før/

65+

Indeks við demografisku gongdini

0

50

100

150

200

250

2007 2010 2015 2020 2025 2030 2035 2040 2045 2050

Arbeiðsfør 65+

Page 5: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

5Fíggjarmálaráðið

2. Demografiskar framskrivingar

• Fólk liva longri og eru tí pensjónistar í fleiri ár

• Fleiri pensjónistar í mun til arbeiðsfør

• Fleiri gerast veruliga gomul

Væntað livitíð hjá 60 ára gomlum

Ár sum eftirlønari

1971-75 79,0 12,0

2001-05 82,0 15,0

2045-50 86,5 19,5

2007 2010 2020 2030 2040 2050

65+6.59

17.07

08.95

411.10

013.05

613.30

9

80+1.85

61.94

12.12

0 3.116 4.173 5.309

85+ 841 9521.10

51.486 2.212 2.905

Tal av 65+ og 80+

0

2.000

4.000

6.000

8.000

10.000

12.000

14.000

65+ 80+

Page 6: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

6Fíggjarmálaráðið

3. Fíggjarligar framskrivingar

• Fyritreytir fyri útrokningum1. Árligur produktivitetsvøkstur 2,0 %

2. Árligur prísvøkstur 1,5 %

3. Árligur lønarvøkstur (1.+2.) 3,5 %

– Árligur vøkstur í pensjónum er lønarjavnað við 3,5 %

• Eldraútreiðslur í mió. kr. og í % av BTÚ frá 2007-2050 eru á teimum næstu síðunum

Page 7: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

7Fíggjarmálaráðið

3) Fíggjarligar framskrivingar (Uttan broytingar í eftirlønarskipan) Almennar útreiðslur til eldri (í føstum prísum)

Útreiðslugongdin, Almanna- og heilsuútreiðslur av fólki yvir 65 ár, 2007-2050.

(mió. kr.) 2007 2010 2015 2020 2025 2030 2035 2040 2045 2050

Heilsuútreiðslur:Sjúkraviðgerð 239 256 290 326 364 402 448 474 488 483Sjúkrakassar 48 52 59 66 74 81 91 96 99 98Heilsuútreiðslur tilsamans 288 308 348 391 437 483 538 570 587 581Almannaútreiðslur:Røktarheim 164 176 199 223 250 276 307 325 335 332Heimarøkt 109 109 132 148 165 183 203 215 222 220Ellisrøkt í Sandoynni 12 12 14 16 18 20 22 23 24 24Ansingarsamsýning 11 12 14 15 17 19 21 22 23 23Fólkapensión 383 409 463 520 581 643 715 757 780 773Umsorganararbeiði 7 7 8 9 10 11 13 13 14 14Pensión t. før. í Danmark 1 1 2 2 2 2 2 3 3 3Viðbót til ávísar pensiónistar 25 26 30 34 38 41 46 49 50 50AMEG 128 137 155 174 195 215 239 253 261 259Almannaútreiðslur tilsamans 839 890 1.015 1.141 1.276 1.410 1.569 1.662 1.712 1.695Almanna- og heilsuútr. tils. 1.127 1.198 1.364 1.533 1.713 1.893 2.107 2.231 2.299 2.276Indeks 100 107 121 136 152 168 187 198 204 202

Page 8: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

8Fíggjarmálaráðið

3) Fíggjarligar framskrivingar (Uttan broytingar í eftirlønarskipan) Almennar útreiðslur til eldri (í leypandi prísum)

• Eldraútreiðslurnar vaksa úr umleið 10 til 21 % av BTÚ

• Hetta svarar til, at árligu útreiðslurnar á FL høvdu verið 1,3 mia. kr. størri enn í dag

Eldraútreiðslur uttan broytingar í eftirlønarskipan

9

11

13

15

17

19

21

Pro

sen

t av

BT

Ú

BTÚ í leypandi prísum

Eldra-útreiðslur

% av BTÚ

Hall á FL við BTÚ á 12 miá.

2007 11.540 1.127 9,77 0

2010 12.967 1.340 10,34 68

2020 18.522 2.394 12,93 379

2030 25.718 4.187 16,28 782

2040 34.584 6.947 20,09 1.239

2050 48.490 9.990 20,60 1.300

Page 9: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

9Fíggjarmálaráðið

4) Tiltøk ið tálma vøksturin í eldraútreiðslunum

a) Broyting av almannapensjónum

- bruttofisering av almannapensjónum

- mótrokna í størri parti av almannapensjónum

b) Tvungin persónlig uppsparing (og nýggj samanseting av eftirløn)– størri skattainntøkur av pensjónum, størri mótrokning og møguleiki fyri

brúkaragjaldi í framtíðini– lægri almannapensjónir

c) Hækka pensjónsaldur

- minni útreiðslur til almannapensjónir

- hægri skattainntøkur av arbeiði

d) Prístalsjavning av almannapensjónum

- lægri almannapensjónir

Page 10: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

10Fíggjarmálaráðið

4a) Broyting av almannapensjónum

Gera alla pensjón skattskylduga, og bruttofisera almannapensjónirnar

Mælt verður til at gera allar pensjónir skattskyldugar – eisini grundupphædd

Grundupphædd og viðbót verða hækkað við skattaeffektini, so inntøkan eftir skatt er óbroytt

Í dag er grundupphæddin ikki skattskyldug

Bruttofisering ger at pensjónir kunnu samanberast við vanligar lønarinntøkur

Bruttofisering ger at fólk við góðum pensjónsinntøkum og lønarinntøkum koma at gjalda ein hægri og meira rímiligan skatt

Í dag Uppskot

Ársinntøka 117.822 161.400

Skattur og gjøld 8.898 52.402

Inntøka eftir skatt/ár 108.924 108.998

Inntøka eftir skatt/md 9.077 9.083

Page 11: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

11Fíggjarmálaráðið

4a) Broyting av almannapensjónum

Mótrokna í størri parti av almannapensjónunum

Samansetingin av pensjón í dag er:

Grundupphædd 50.028

Viðbót 37.718

AMEG 26.520

Tað er í dag bert møguligt at mótrokna í viðbótini, sum er góð 30 prosent av samlaðu almannapensjónunum.

Mælt verður til, at møguleiki skal vera at mótrokna í størri parti av almannapensiónini

Um landskassin fær møguleika at mótrokna í størri parti av inntøkuni, so minkar hetta um inntøkuna hjá teimum sum longu hava eina góða eftirløn og/ella høga lønarinntøku

Page 12: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

12Fíggjarmálaráðið

4a) Broyting av almannapensjónum

Mótrokna fyrr men við lægri satsi

Í dag kann ein pensionistur forvinna 56.400 kr frádráttarfrítt, og verður síðan mótroknaður 60 % av hvørjari forvunnari krónu. Mælt verður til at mótrokna frá fyrstu forvunnu krónu, men við einum lægri satsi. Um pensjónirnar verða bruttofiseraðar kann mótrokningin vera um 10-15%

Lægri mótrokning lættir um sampælið millum skatt og mótrokning, og bøtir um hugin hjá pensjónistum at arbeiða og spara upp til pensjón

Page 13: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

13Fíggjarmálaráðið

4a) Broyting av almannapensjónum

Fleksibul pensjónsaldur

Fólk fáa hægri grundupphædd, viðbót og samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirløn um tey verða nakað longur á arbeiðsmarknaðinum

Kunnu fólk fáa hægri pensjón við at útseta pensjónsaldurin so stimbrar hetta hugin at arbeiða nakað longri

Page 14: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

14Fíggjarmálaráðið

4b) Tvungin persónlig uppsparing

Allir borgarar gjalda 15 % av teirra inntøku til eftirlønaruppsparing vm.

Minst 10,5 % fara til eftirlønaruppsparing

Allir eftirlønarar fáa hægri inntøku

Eftirlønirnar føra sum frá líður til stórar skattainntøkur hjá landskassanum

Eftirlønirnar føra til at almannapensjónirnar minka tí mótroknað verður í teimum

Eftirlønarar kunnu við tíðini gjalda brúkaragjald sum td. part av stovnsuppihaldi á ellisheimi

Page 15: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

15Fíggjarmálaráðið

4c) Hækking av pensjónsaldri

Pensjónsaldurin verður hækkaður við 0,1 ári hvørt ár

Roknað er við, at miðallivialdurin hækkar 0,1 ár hvørt ár

Hækkar pensjónsaldurin við 0,1 ári árliga, so fáa fólk eins nógv ár sum pensjónsmóttakarar í framtíðini sum tey fáa nú, te. um 15 ár

Pensjónsaldurin verður umleið:

68 í 2019

69 í 2029

70 í 2039

71 í 2049

Hækkar pensjónsaldurin so minkar útreiðslurnar til almannapensjónir

og skattainntøkurnar hækka tí fólk arbeiða longri

Page 16: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

16Fíggjarmálaráðið

4d) Prístalsjavna allar almannapensiónirnar (lønarjavning mótvegis prístalsjavning)

• Stórur munur er á, um almannapensjónirnar verða framskrivaðar við prísjavning

ella lønarjavning

• Grundupphæddin verður ikki prísjavnað• Viðbót verður javnað við 4 prosentum• AMEG verður í minsta lagi prísjavnaður

Lønarjavnað Prístalsjavnað

mió. kr. % av BTÚ mió. kr. % av BTÚ

2007 523 4,53 523 4,53

2010 622 4,80 587 4,52

2020 1.111 6,00 862 4,66

2030 1.943 7,56 1.240 4,82

2040 3.224 9,32 1.693 4,90

2050 4.636 9,56 2.003 4,13

Pensjónsútreiðslur við ymsari javning

0

1000

2000

3000

4000

5000

2007 2012 2017 2022 2027 2032 2037 2042 2047

mió

. kr

.

Lønarjavnað Prísjavnað

Page 17: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

17Fíggjarmálaráðið

4d) Prístalsjavna allar almannapensiónirnar (lønarjavning mótvegis prístalsjavning)

Pensjónistainntøka í mun til aðra inntøku 2008:

Ein pensjónistur uttan arbeiði/eftirløn fær í dag:• 84 % av eini arbeiðsmannaløn• 65 % av eini miðalinntøku

Ein pensjónistur við 27% arbeiðstíð sum ófaklærdur ella við 4.700 í eftirløn fær 111 % av arbeiðaraløn

Stakur

pensjónistur

Arbeiðari

Miðal-

løntakari

St. pensj.

við løn/eftirl.

Inntøka 117.822 200.091 268.800 174.300

Skattur og gjøld 8.898 69.801 100.699 29.844

Inntøka eftir skatt og gjøld

108.924 130.290 168.101 144.156

Tøk inntøka um mánaðin 9.077 10.858 14.008 12.038

Page 18: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

18Fíggjarmálaráðið

4d) Prístalsjavna allar almannapensiónirnar (lønarjavning mótvegis prístalsjavning)

• Skattafíggjaðu pensjónirnar eru hækkaðar 110 % seinastu 12 árini

• Tað er kortini mark fyri hvussu leingi ein bert kann prísjavna almannapensjónirnar

• Helst ber til at prístalsjavna skattafíggjaðu pensjónirnar í góð 20 ár

• Um almannapensjónirnar bert verða prísjavnaðar er dekningsgradurin (í % av arbeiðaraløn):

– 84 % í 2008

og verður umleið

– 67 % í 2020

– 55 % í 2030

Page 19: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

19Fíggjarmálaráðið

Samandráttur 4) Tiltøk sum kunnu minka vøksturin í eldraútreiðslunum

Øll tøl

við BTÚ

á 12 miá.

Eldraútreiðsluruttan broytingar

1. Mótrokning og Brúkaragjøld

2. Hækkapensjónsaldur

3. Einans prís-javning til 2030

4. Samvariationmillum 2 og 3

Eldraútreiðslureftir tiltøk 1-4

mió. kr. % av BTÚ

mió. kr. % av BTÚ

mió. kr. % av BTÚ

mió. kr. % av BTÚ

mió. kr. % av BTÚ

mió. kr. % av BTÚ

2007 1.172 9,77 0 0 0 0 0 0 0 0 1.172 9,77

2010 1.240 10,34 0 0 12 0,10 33 0,27 -1 0 1.196 9,96

2020 1.551 12,93 22 0,18 84 0,70 161 1,34 -13 - 0,11 1.298 10,82

2030 1.954 16,28 91 0,76 177 1,48 328 2,73 - 45 - 0,37 1.402 11,69

2040 2.411 20,09 202 1,68 267 2,22 405 3,37 - 67 - 0,56 1.605 13,37

2050 2.472 20,60 287 2,39 311 2,59 415 3,46 - 78 - 0,65 1.537 12,81

Eldraútreiðslur

9

11

13

15

17

19

21P

rose

nt

1.080

1.320

1.560

1.800

2.040

2.280

2.520

mió

. kr.

Útreiðslur uttan broyting Mótrokning og brúkaragjøld Hækka pensjónsaldur

Prísjavning og samvariation Akse to

Page 20: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

20Fíggjarmálaráðið

5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum

• Eftirlønaruppsparing í Føroyum, Íslandi og Danmark

• Nógv lond hava gjørt broytingar í eftirlønarskipanunum:• Ísland 1997• Belgia 1997• Kanada 1997• Svøríki 1999• Týskland 2001• Frankaríki 2003• Italia 2004• Holland 2004

Í alt (mia. kr.) Pr íbúgva (tús. kr.) % av BTÚ

2004 2005 2006 2004 2005 2006 2006

Føroyar 4,0 4,5 4,8 85 95 101 44

Danmark 1.843 2154 2292 340 397 422 140

Ísland 88 122 120 293 407 400 129

Page 21: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

21Fíggjarmálaráðið

5. Pensjónsviðurskifti í Føroyum og øðrum londum

Uppsparing Í Føroyum: • Nógv hava eina persónliga eftirlønaruppsparing, td. sum part av

eini starvssetan• Feløgini á arbeiðsmarknaðinum liggja millum 6 % og 18 %• Onkrir bólkar tó enn lægri• Ein partur av fólkinum hevur onga eftirlønaruppsparing• Tær flestu skipanirnar eru bert nøkur fá ár

Faktum er, at uppsparingin í Føroyum pr. íbúgva ikki er á somu hædd sum uppsparingin í grannalondum okkara

Page 22: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

22Fíggjarmálaráðið

Hvussu nógv ár skulu vit inngjalda?

Hvørja uppsparing skulu vit hava?

KapitaleftirlønRatueftirløn

Lívrentu

Hvussu nógv skulu vit hava at liva av?

Hvussu nógv prosent skulu vit

inngjalda ?

6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ?

Page 23: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

23Fíggjarmálaráðið

6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ?

Talva 1: Útgjald í mun til endaløn:

• Áramálið, ið inngoldið verður hevur stóran týdning

• Útgjald: lívlanga veiting í mun til ratueftirløn

Talva 2: Útgjald í mun til endaløn, tá inngoldið er í 40 ár:

Lívlang veiting 20 ár ratueftirløn

Ár 12 % 10,5 % 12 % 10,5 %

32 35 30 23 20

36 39 34 26 23

40 43 38 29 26

44 48 42 32 28

48 52 46 35 31

% til lívlanga veiting

Realavkast

2 % 2,5 % 3 %

6 22 24 27

8 29 32 36

10 36 42 48

12 43 50 58

Page 24: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

24Fíggjarmálaráðið

6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ?

Realavkast

2 % 2,5 % 3 %

1 10,5 % lívlang veiting 38 44 51

6 % lívlang veiting 22 25 29

4,5 % 10-ára ratueftirløn 20 23 26

2 Tilsamans 42 48 55

6 % lívlang veiting 22 25 29

4,5 % 15-ára ratueftirløn 14 16 19

3 Tilsamans 36 41 48

Dømi: samanseting av lívlangari veiting og ratueftirløn

Page 25: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

25Fíggjarmálaráðið

6. Hvussu stór uppsparing er neyðug ?

Tilmæli:• 15% tvungið inngjald av øllum lønargjaldingum frá 2018• Inngjald eisini fyri móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli, fyritíðarpensión, B-

inntøku og almannaveitingum• Minst 10,5 % (70 % 15%) av inngjaldinum verður goldið til uppsparing• Minst 6 % (40 % av 15%) av inngjaldinum skal vera til uppsparing til

lívlangar veitingar• Roknað er við, at 4-5 % verða goldin til tryggingar• Parturin til lívlangar veitingar kann inngjaldast sum persónlig uppsparing og

umkonverterast til lívlangar veitingar áðrenn 67. ár• Aðrar skipanir, ið geva eins høgan dekningsgrad, kunnu eisini góðkennast• Skattafrádráttur verður bert givin fyri inngjøld til føroyskar skipanir• Skattafrádráttur verður bert veittur fyri inngjøld til ratueftirlønir og til lívlangar

veitingar• Skattafrádráttur verður ikki veittur fyri inngjøld til kapitaleftirlønir• Skattafrádráttur verður bert veittur fyri inngjøld til skipanir, ið koma til

útgjaldingar eftir fylt 65. ár

Page 26: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

26Fíggjarmálaráðið

7. Samandráttur

• Skipanir sum byggja á at tey sum arbeiða gjalda fyri pensjónistarnar fara ikki at virka í framtíðini.

• Í 2007 vóru 4,1 sum arbeiddu fyri hvønn pensjónist(65+), í 2020 vera 3,1 sum arbeiða fyri hvønn pensjónist, í 2030 vera bert 2,4 sum arbeiða fyri hvønn pensjónist.

• Um eingi tiltøk vera framd so veksa eldraútreiðslurnar úr 10 % upp í 21 % av BTÚ. Um BTÚ er sett til 12 mia. svarar hetta til eitt hall á FL á 400 mió. kr. árliga í 2020, vaksandi til 1.300 mió. kr. í 2050.

• Um eingi tiltøk vera framd, so økist skattatrýstið upp frá umleið 50 % av BTÚ og upp móti 60 % av BTÚ.

• Um skattatrýstið verður sett so langt upp, at tað almenna kann røkja sínar skyldur, so fer hetta at føra til fráflyting.

• Tað almenna fer ikki at kunna røkja sínar skyldur, ma. at gjalda pensjónir og at taka sær av teimum eldru, og heldur ikki at kunna røkja aðrar almennar uppgávur.

• Føroyar gerast óliviligar!

Page 27: Framtíðar eftirlønarskipan fyri Føroyar

27Fíggjarmálaráðið

7. Samandráttur

• Um allar uppskotnu broytingarnar:1. Bruttofisering av almannapensjónum2. Øking av persónligari uppsparing3. Hækking av pensjónsaldri4. Prístalsjavning av almannapensjónum

verða framdar, (4) tó bert fram til 2030, so veksa útreiðslurnar bert til 13 % av BTÚ, svarandi til hall á FL á umleið 400 mió. kr. við verandi BTÚ. Tiltøkini loysa sostatt 70 prosent av fíggingartrupulleikanum

• Um onnur tiltøk verða framd, so verða Føroyar framvegis liviligar og tað almenna kann røkja sínar skyldur

• Broytingarnar mugu fremjast nú. Seinni inntrivini verða gjørd, størri mugu tey vera, og knappligar skattahækkingar, te. minking í tøku inntøkunum fara at gera stóran skaða, ma. fráflyting

• Um búskaparvøksturin verður 1 prosent árliga í staðin fyri 2 prosent, so verða eldraútreiðslurnar 2 prosentstig hægri, t.e. 15-16 prosent av BTÚ (6-700 mió.)

• Tað er tí neyðugt, at landsstýrið førir ein politikk, sum stuðlar uppundir langsiktaðan produktivitetsvøkstur