blákrossheimið var mítt annað heim

12
B½® KÙÊÝÝçÙ FÓÙÊù ùÄÝ»®Ù Ó½½çà ½®ÃçÃ, Ýãç½çÃ, ÝãÙòÝ- ¥Ì½»çà - ½ÓÄã Ýçà ̽ÓÄã , ÝÃÝãÙòÝ¥½Ó¦çÃ, é¥Ì½»çÃ, ÃùÄ禽®»çÄçà ʦ ÄÄÙÝ Ó½½çÃ, ò®ã «ò ÝÃÄ ò®, ®Ä® ¦½®½®¦ ¹Ì½ ʦ ®ãã ò Gç® Ý®¦Ä Äû¦¦¹Ù. T »» ¥ùÙ® ã, ò®ã «ò òÙ® ÝÃÄ çà ° Ù®ÄçÃ, Ýçà Ùãã Ù ¥Ù®. M GçÝ ¥Ù®çÙ «ò°½ ùò®Ù Ê»»çà ӽ½çà H®½ÝÄ SòÙÙ® Sã®Ä«Ì½Ã H¹½ÃÙ HÄÝÄ ¥ÊÙÃçÙ ½Ý»Ù®òÙ® RÚSDREKKA ER OV BÍLIGT SÍÐA 10 Soleiðis lýsir Sólborg Dulavík Soleiðis lýsir Sólborg Dulavík tey 17 árini, hon starvaðist á tey 17 árini, hon starvaðist á Blákrossheiminum. Fram um Blákrossheiminum. Fram um onnur hevur hon verið við til onnur hevur hon verið við til at mynda Blákrossheimið, frá at mynda Blákrossheimið, frá byrjan og til tann viðgerðarstovn, byrjan og til tann viðgerðarstovn, tað er í dag. Hóast tað ofta var tað er í dag. Hóast tað ofta var stravið, so lítur Sólborg í dag stravið, so lítur Sólborg í dag við tøkk og gleði aftur á árini á við tøkk og gleði aftur á árini á Blákrossheiminum Blákrossheiminum SÍÐA SÍÐA 6 - 7 6 - 7 – BLÁKROSSHEIMIÐ VAR MÍTT ANNAÐ HEIM – BLÁKROSSHEIMIÐ VAR MÍTT ANNAÐ HEIM Nr. 4 2010 15. árgangur Kr. 25,- Blákrossblaðið Nr. 4 2010 SÍÐA 4

Upload: robert-thomsen

Post on 19-Mar-2016

346 views

Category:

Documents


21 download

DESCRIPTION

Blákrossblaðið

TRANSCRIPT

B K F , , - - , , ,

, , G . T ,

, .M G

HS S H H

RÚSDREKKA ER OV BÍLIGT

SÍÐA 10

Soleiðis lýsir Sólborg Dulavík Soleiðis lýsir Sólborg Dulavík tey 17 árini, hon starvaðist á tey 17 árini, hon starvaðist á Blákrossheiminum. Fram um Blákrossheiminum. Fram um onnur hevur hon verið við til onnur hevur hon verið við til at mynda Blákrossheimið, frá at mynda Blákrossheimið, frá byrjan og til tann viðgerðarstovn, byrjan og til tann viðgerðarstovn, tað er í dag. Hóast tað ofta var tað er í dag. Hóast tað ofta var stravið, so lítur Sólborg í dag stravið, so lítur Sólborg í dag við tøkk og gleði aftur á árini á við tøkk og gleði aftur á árini á BlákrossheiminumBlákrossheiminum

SÍÐASÍÐA 6 - 7 6 - 7

– BLÁKROSSHEIMIÐ VAR MÍTT ANNAÐ HEIM– BLÁKROSSHEIMIÐ VAR MÍTT ANNAÐ HEIM

Nr. 4 2010 15. árgangur Kr. 25,-

BlákrossblaðiðNr. 4 2010

SÍÐA 4

2

BlákrossblaðiðBlaðstjórn:Hjalmar Hansen Ólavur Øre Hansen

SkrivstovaBlái Krossur FøroyaHeiðavegur 32600 SaltangaráTel 47 07 00-Fax 47 07 [email protected]

LandsnevndarformaðurSverri Steinhólm, presturSandágerði100 TórshavnTel 32 13 13

AðalskrivariHjalmar HansenTel 47 07 00Far 74 88 94T-postur: [email protected]

UmbrótingMiðladeildin,Heimamissiónin Tel 47 00 [email protected]

Upplag3000 eintøkISSN 1602-0367

Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, ið arbeiðir við fyribyrging, umsorgan og hjálp til misnýtarar av rúsdrekka og teirra avvarðandi. Blákrossblaðið kemur út 4 ferðir árliga og er givið út av Bláa Krossi Føroya. Blaðið verður sent øllum blákrosslimum og øðrum áhugaðum ókeypis. Tað er bert loyvt at nýta tilfar úr Blákrossblaðnum við ávísing til keldu. Er talan um heilar greinar, má hetta gerast við loyvi frá blaðstjóranum.

PrentPrentmiðstøðin

Hjalmar Hansen, aðalskrivari, sigur við Blákrossblaðið, at landsnevndin hevur seinastu árini lagt landsstevnuna annað hvørt ár í økjum, har Blái Krossur stendur sterkt, eitt nú við lokalfeløgum, og annað hvørt ár, har felagsskapurin ikki er so væl umboðaður. Hetta fyri at kunna fevna um alt landið.

Í nýggjari tíð hevur landsstevnan hjá Bláa Krossi ikki verið hildin í Suðuroy, og tískil avgjørdi landsnevndin, at lands-stevnan komandi ár verður í skúl anum í Trongisvági í døgunum 26. og 27. mars.

LANDSSTEVNAN 2011

Somuleiðis er tað ein upplagdur møgu-leiki at leita aftur á slóðina, tá talan er um Blákross arbeiðið í Føroyum, sum byrjaði í Suðuroynni fyri stórt hundrað árum síðani.

Ein fastur táttur á landsstevnini er aðal-fundur felagsins, sum verður leygar dagin 26. mars.

So tað ræður um at seta kross í kalend-aran 26. og 27. mars. Blái Krossur vónar at síggja nógv fólk til landsstevnuna 2011 í skúlanum í Trongisvági.

Virksemið á Kafé Blákross stovuni er nak að broytt. Tey fyrstu 10 árini var fast starvsfólk knýtt at kaféini, men av fíggjarligum orsøkum var neyðugt at gera broytingar í fjør, um kaféini framhald-andi skuldi vera lív lagað.

Tó at broytingar eru farnar fram á kafé-ini, so er endamálið er tó óbroytt, Kaféin skal vera eitt rúsfrítt tilhaldsstað, har øll eru vælkomin, og øll kunnu møta vin-semi, umsorgan og onkrum at tosa við.

Hóast tað hevur gingið rímiliga væl at fi ngið sjálvboðin starvsfólk, vilja vit fegin hava onkran afturat.

Tað er ymiskt, hvussu arbeitt verður, og tí verður fyrst og fremst lurtað eftir, hvussu liggur fyri hjá tí einstaka.

Eisini er tørvur á 2 - 3 fólkum, sum

VILT TÚ HJÁLPA TIL Á KAFÉINI?Blái Krossur sóknast eftir sjávbodnum starvsfólkum, sum hava hug at hjálpa til í Kafé Blákross stovuni

Landsnevndin hjá Bláa Krossi Føroya hevur avgjørt, at landsstevnan komandi ár verður hildin í Trongisvági í døgunum 26. og 27. mars

kunnu verða ”tilkallivakt”. Um tað berst onkrum frá onkran dagin, so er gott at hava onkran at heita á at taka nakrar tímar ella onkran dag.

Kafé Blákross stovan hevur opið so leið is:Mánadag og fríggjadag frá kl. 16.00 til 22.00Týsdag - hósdag frá kl. 14.00 til19.00. Leygardag og sunnudag er stongt.

Tey, sum hava áhuga at gera sjálvboðið arbeiði á Kafé Blákross stovuni, kunnu seta seg í samband við Yvonnu Drang-berg, leiðara, á telefon 520607, ella við at senda teldupost til [email protected]

Familjuskeiðið er ætlað teimum, sum á ein ella annan hátt kenna til at liva saman við rúsmisnýtara. Tað veri seg foreldur, maki ella børn.

Til familjuskeiðið koma fakfólk at virka við, sum til dagligt starvast á Blá kross-heiminum. Tey kom at hava fyri lest rar, har høvi eisini verður at seta spurn ingar.

Familjuskeiðið er eisini ein giltur møgu-leiki at koma saman við øðrum, sum eru í somu støðu sum tú.

Áhugaði kunnu teknað seg til skeiðið um vegis heimasíðuna hjá Bláa Krossi

FAMILJUSKEIÐ Blákrossheimið hevur í fl eiri ár skipað fyri familjuskeiðum, og komandi ár er einki undantak. Fyrsta familjuskeiðið verður 31. jan – 1. feb 2011

Før oya, sum er www.blakross.fo, ella við at ringja til Blákrossheimið á tlf. 315575.

Vit savna frímerkini, til vit hava hós kandi nøgd, og tá verða tey seld frí merkja savn-

BRÚKT FRÍMERKIHevur tú fl eiri brúkt frímerki liggjandi? So eru ráð fyri tí, tí Blái Krossur Føroya hevur í mong ár tikið ímóti brúktum frímerkjum.

arum uttanlands.Talan er um brúkt før-oysk frímerki.

Soleiðis gert tú:Klipp umleið 1cm kant frá frímerkinum og send okkum tey. Somuleiðis ber til at senda okkum brúktar brævbjálvar við frímerkjum á.

Send frímerkini til skrivstovu okkara:

Blái Krossur FøroyaHeiðavegur 32600 Saltangará

3BLÁKROSSBLAÐIÐ

ODDAGREINH H

ANDAKTH G

TYKKUM ER Í DAG EIN FRELSARI FØDDUR!

SPELL AT VERÐA REVSAÐUR FYRI AT VERA DUGNALIGUR

Hesi tíðindi bórust hesa náttina á fløtuni í Betlehem. Tíðindi hava altíð borist í hópatali um heimin. Skrúva vit frá útvarp, sjónvarp, alnótina, ja, so er almikið av tíðindum. Nøkur av hesum tíðindum eru góð, onnur syrgilig; nøkur vóru sonn, onnur ósonn, soleiðis hevur altíð verið. Men felags fyri øll hesi fjølbroyttu tíðindi, er, at í flestum førum missa tey týd ningin og verða gloymd aftur. Tey høv du hóast alt ikki tann avgerandi týdn ingin, hildið varð. Men størstu og bestu tíðindi, sum nakrantíð hava ljóðað á mannamunni, bórust í Betlehem; tey boð, sum himmalska sendiboðið boðaði, tá hann segði: ”Óttast ikki, tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” Luk 2,10. Tað má

hava verið heilt ótrúligt og bergtakandi hjá hirðunum. Hugsa eina løtu um hend-ing ina. Tað var ein heilt vanlig nátt eins og túsund aðrar. Á eini fløtu stutt frá Betlehem hildu nakrir hirðar vakt um náttina og goymdu at seyðafylgjum sín um. Alt var sum vanligt, og alt var óiv að eitt sindur keðsamt og svøvn-ligt, men brádliga vórðu teir klár vaknir. Nátt ar myrkrið varð trokað til viks av ein um ómetaligum klárum himm alsk-um ljósi. Framman fyri teimum stóð ein av Harrans veldigu einglum, og dýrd Harr ans ljómaði um teir, og so boðaði eing ilin hesi óspurdu tíðindi um Guðs son, ið varð vorðin menniskja hesa nátt. Teir hoyrdu tann boðskap, sum klívur tíðina í tveir partar: fyri Krist og eftir

Krist. Hin fyrstiføddi hjá Mariu er ikki bara hennara fyrstiføddi, hann er eisini Guðs einborni sonur, og hin fyrstiføddi av óteljandi fleiri systkjum í Guðs stóra og víðfevnda húski. ”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” Jóh 1,12.

Tað, sum vit menniskju eiga at gera, er at opna okkum fyri Jesusi og taka ímóti honum. Tá ið Jesus lat seg føða, var tað sum bjarging fyri mannaættina, tað er ígjøgnum hann, at vit kunnu fáa arvalut í Guðs húski; eina í honum. Tað er ein mótstøða hjá okkum menniskjum, tað eru ikki øll, ið vilja lata Jesus sleppa inn í lív sítt. Hetta upplivdi Jesus eisini tey fyrstu jólini, hann varð útihýstur úr

herberginum. Guðs sonur var føddur fyri stongdum durum. Vilja vit lata dyr nar upp, so at jólagleðin kann verða full-komin, so vit kunnu syngja av gleði:

Frelsari mín! Frelsari mín!Náði tín hon er mítt skjól.Paradísportrið er opnað mær,aldri kann eg fulltakka tær:,: fyri gleðilig jól :,:

Gleðilig jól

Fyri okkum í Bláa Krossi var tað ein skelkur at lesa uppskotið til fíggjar-lóg fyri 2011, sum varð lagt fyri Løg-tingið.

Blái Krossur Føroya hevur í mong Harrans ár fingið fíggjarliga stuðul frá landinum. Hesi seinastu árini hevur stuðulin verið kr. 325.000. Pen ing ur-in er fyrst og fremst ætlaður til fyri-byrgjandi arbeiði.

Heilsumálaráðharrin, Aksel Joh ann e -sen, hevur valt at strikað stuðulin til Bláa Kross Føroya – ikki orsakað av spar ingum. Peningurin verður í stað-in brúktur aðrastaðni. Hetta halda vit ikki er rætt!

Fyri tað fyrsta er tað frá almennari síðu ein niðurraðfesting av fyri byrgj-andi arbeiðinum á rúsdrekkaøkinum. Fyri tað annað er tað frá almennari

síðu ein diskriminering av einum ein-støk um felagsskapi. Tað eru tíggju tals fel agsskapir, sum fáa stuðul á fíggjar-lóg ini. Men tað er bara ein, sum verður strik aður – Blái Krossur Føroya.

Fyri tað triðja so er tað ein sannroynd – sum heilsumálaráðharrin eisini eigur at fyrihalda seg til –, at kreftirnar móti størri frælsi á øllum rúsøkjunum eru sterkar. Út frá einum heilsusjónarmiði er hetta rákið ikki skilagott. Tí áttu allar kreftir, sum tala fyri einum meira tálmandi sjónarmiði at verðið stuðlaðar.

Eg fái meg ikki at trúgva, at samgongan og Føroya Løgting standa aftan fyri at strika stuðulin. Tí hava vit eisini heitt á fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, sum við ger fíggjarlógaruppskotið, um at seta minst somu upphædd á hesa konto aftur.

Um ikki stuðulsjáttanin kemur aftur í

aftur, so er neyðugt hjá Bláa Krossi Før-oya at gera raðfesting um, hvat skal sker-jast burtur.

Landsstýrismaðurin við Heilsumálum hev ur í útvarpinum sagt nakað soleiðis, at tað man ikki fara at bila hjá Bláa Krossi, um hesar 300.000 krónurnar verða skornar burtur. Hetta tí at vit eru so dugnalig at fáa inntøkur til arbeiðið. Vit kunnu ikki annað enn takka fyri rós-ið. Bert spell, at tað skal vera okkum aft ur lønt á henda hátt. Aðrastaðni fær man heiðurslønir fyri dugnaskap! Hes in dugna skapur er ikki grundaður á okkum lønt starvsfólk, men á tykkum hundrað-tals sjálvbodnu – serliga tykkum, ið ólønt arbeiða í Blákrossbúðunum, og tykkum, ið hava gingið við bússum í sambandi við landsinnsavningar okkara.

Rætt skal vera rætt, heilsumálaráð harr in hevur ikki bara skert blákross arb eið ið.

Hann hevur hækkað játtanina til Blá-kross heimið, sum eisini var neyðugt. Takk fyri tað! Men peningurin er tikin frá stuðlinum til Bláa Kross Føroya, so …....!

Gleðilig jól!

4

Jólini eru familjuhøgtíðin fram um aðrar. Flest øll gleða vit okkum um føðing Jesu Krists, og hugnaligar løtur saman við familjuni. Men fyri onnur eru jólini tann sárbærasta tíðin á árinum. Ein tíð sum er merkt av einsemi, ótta og kenslubornum

JÓL, EIN HØGTÍÐ VIÐ MÓTSETNINGUMFlest øll hava vit eina ímynd av hvat jólini “eiga” at vera. Men tað eru ikki øll, sum hava eini gleðilig jól. Nógvar kenslur eru knýttar av jólum, sum kunnu hava við sær at nøkur menniskju síggja tað sum ein útveg at rúsa seg á jólum, sigur Martin Kúrberg, ráðgevi á Blákrossheiminum

Ó Ø H

minnum. Tað hevur við sær at summi síggja tað sum ein útveg at doyva seg burtur um jólini.

Eftir standa tey avvarðandi spyrjandi og undrast á, hvussu hetta ber til. Tey gerast partur av misnýtsluni hjá foreldrunum,

Hann vil vera dulnevndur. Ti nýta vit navn ið Per ístaðin fyri hansara rætta navn. Undirritaði kennir rætta navn ið hjá tí avvarðandi.

Per vaks upp í einum heimi við brenn i-víni. Til dagligt var rúsdrekkanýtslan hjá pápanum ikki nakar trupulleiki. Men tá tað stundaði til høgtíðirnar, byrjaði hann at drekka. Hetta hevði við sær, at á jólum, á páskum og á hvítusunnu fl oymdi tað yvir við rúsdrekka í barndómsheiminum hjá Peri.

Hóast hann er vaksin maður í dag, og hevur familju og børn, so hava minnini frá eitt nú jólahøgtíðini í barn dóms heim-inum, sett seg rimmarfast, og hava verið við til at mynda Per. Tá hann hyggur í bakspeglið, ásannar Per, at hann hevur havt mangar keðiligar upplivilingar, og serstakliga frá jólum.

ÓTTAÐIST JÓL– Hini børnini gleddu seg til jóla, men so-leiðis var ikki hjá mær. Heima hjá okkum vóru jólini merkt at fullum monnum og tí, sum kemur í kjalarvørrinum av tí. Hetta hev ði við sær, at eg ongantíð gleddi meg til jóla, meðan eg var barn. Tað er ikki fyrr enn eg eri vorðin vaksin, at eg havi fingið at kenna, hvat eini góð og hugna lig jól eru, sigur Per í samrøðu við Blákrossblaðið.

Tað var serliga tíðin fram til jóla, sum var merkt av spenningi hjá Peri. Ein spenningur sum var grundaður í óttanum um pápin og eldru brøðurnir fóru at klára at halda seg frá fl øskuni á jólum. Men hvørt ár varð Per svikin.

EINGIN JÓLAHUGNIHetta hevði við sær at jólahøgtíðin var

EG GLEDDI MEG ONGANTÍÐ TIL JÓLAPer er avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtara. Sum barn upplivdi hann mong jól, har rúsdrekka spilti alt. Upplivingarnar hjá Peri hava sett seg rimmarfast í minnið, hóast hann, sum vaksin, hevur fi ngið at kenna hvat eini gleðilig jól eruÓ Ø H

ein sera trupul tíð hjá Per. Tað, sum skul di verað ein gleðishøgtíð saman við fam-iljuni, har tey hugnaðu sær saman við gávum, góðum mati og minnast Jesus barnið, sum borið varð í heim, gjørdist ein høgtíð, sum bert skuldi fáast av veg-num.

– Tað var eingin jólahugni heima hjá okk um. Meðan hini hugnaðu sær sam an við jóladøgurða og gávum, so vóru jólini heima hjá okkum merkt av fullum monn-um, bardaga og tílíkum. Mamma royn di at gera tað so hugnaligt sum møguligt, men misnýtslan hjá pápa og hinum doyv-di alla jólagleðina hjá okkum, sigur Per.

Hann minnist, at mamman royndi at sták ast fram til jóla. Millum annað gjør-di hon jóladøgurðan, men ofta sótu tey bert nøkur fá runt borðið. Somuleiðis var tað ongantíð nakar hugni, tá tey fi ngu jólapakkar, tí pápi og hinir svóvu. Tískil ráddi tað um hjá okkum at vera kúrr, so vit ikki órógvaðu teir. Hetta fyri ikki at fáa øði í pápa og brøðurnar, vísir Per á.

– At halda eini tílík jól er ikki trygt og gott fyri eitt barn, tí eg gjørdist partur av misnýtsluni hjá pápa og teimum. Tí kann eg siga, at eg ikki havi upplivað hvat eini gleðilig og friðsæl jól eru, fyrr enn eg eri vorðin vaksin, sigur Per.

– Eg minnist, at vinmennirnir tosaðu um teirra jól, og eg ynksti at vit eisini kundu hildið eini jól uttan rúsdrekka. Men eg tosaði ongantíð um jólahøgtíðina hjá okkum við nakran, tí hvør vil útseta síni foreldur. Heldur fekk skommin meg at tiga og fortrongja hesar hendingar, sigur Per.

– NÚ KANN EG GLEÐAST UM JÓLINISíðani barnaárini er nógv vatn runnið í

ánni, og mangt er broytt hjá Peri. Sum ung ur drongur kom hann til trúgv á Jesus Kristus, og tað broytti hansara lív. Somuleiðis hevur hann í dag familju og børn.

Per hevur fi ngið lagt fjarstøðu frá hend-ingunum í barndóminum, tó at minnini altíð vilja vera har. Somuleiðis er hann heldur ikki bittur inn á pápa sín, hóast hann hevði viljað verið fyri uttan hesar upplivingar.

– Í dag kann gleði eg meg til jóla, sum í dag eru ein hugnalig og friðsæla familju-høg tíð, har vit minnast Jesus barnið, sum varð borið í heim, geva hvørjum øðr um gáv ur og fáa góðan mat, uttan at rús-drekka sleppur at spilla spælið, sigur Per at enda.

makanum, systkjum ella barninum, og merkja sviðan av misnýtsluni hjá einum av sínum kæru.

RÚMA IKKI JÓLUNUMMartin Kúrberg vísir á, at misnýtarin drekkur ikki fyri at sára síni kæru, sjálvt um hann veit, at tað sárar tey avvarðandi. Heldur er tað hendingar í lívinum, sum misnýtarin ikki kann rúma, og ofta kemur alt hetta fram júst um jólini, sum jú er familjuhøgtíðin fram um aðrar.

– Misnýtsla av rúsdrekka skyldast í stór an mun fl ýggjan frá veruleikanum. Tað kann millum annað vera orsakað av minn unum, og tí vilja tey doyva skomm-ina. Hetta er ein ónd ringrás at koma í, tí fl ýggjanin frá veruleikanum varð ar ikki

longri enn rúsurin, og tá mis nýtarin kem-ur aftur til sín sjálvs, er skommin og for-dømingin bara enn størri, sigur Martin.

JÓL ER DRYKKJUTÍÐUmframt trupulleikar at rúma jólunum, so er jólahøgtíðin eisini ein drykkjutíð fram um aðrar. Tey flestu klára at stýra nýtsluni, men fyri misnýtaran er hetta ein stór freisting. Tí kann tað verða trupult at halda sær, vísir Martin á.

– Tað er kanska lætt at fordøma mis-nýtaran, men tá alt kemur til alt, so er hann eisini eitt menniskja við kenslum. Vit mugu ikki gloyma, at tey sum drekka á jólum, hava eisini verið børn á jólum einaferð, sigur Martin, og sipar til minn-ini bæði uppá gott og ringt.

5BLÁKROSSBLAÐIÐ

www.liv.fo

» Framtíðin er tryggjað«

Ein trygg framtíð við Lív

Hjá Lív gert tú eitt trygt innskot í tína framtíð. Hetta er tí, at hjá okkum er tað styrkin í felags-skapinum, ið gevur tær møguleikar og fi tt av peningi um hendi, tá ið tú røkkur eftirlønaraldri.

Sum kundi hjá Lív ert tú í tryggum hondum. Vit geva tær eina dygdargóða og skilagóða ráðgeving, sum tekur støði í júst tínum tørvi.

Avlopskravið, sum er sett til Rúsuna á fíggjarlógini, er gagnligt, tí hetta hevur fingið Rúsuna at hækka prísirnar. Rúsan sigur, at sølan er minkað – so eigur at vera -, tí tá prísurin gerst hægri, keypa vit minni! Men sølan er ikki minkað so nógv, at minni er komið inn. Rúsan hevur hóast alt økt um avlopið, hóast hon ikki hevur nátt málinum, ið er sett á fíggjarlógini.

RÚSDREKKA ER OV BÍLIGT.Men Rúsan kann gott hækka prísin enn meir. Samanbera vit prísin á rúsdrekka við lønarvøksturin seinastu árini, so er rúsdrekka vorið lutfalsliga bíligari. Tú fært meira rúsdrekka í dag fyri eina tímaløn, enn tú fekst í 2001. Sí talvuna.

RÚSDREKKA ER OV BÍLIGT

Prísirnur á rúsdrekka hava ikki fylgt lønargongdini. Tí er rúsdrekka vorið lutfalsliga bíligari enn fyri 10 árum síðaniH H ,

TALVATalvan vísir prísgongdina á rúsdrekka og tubbaki og gongdina í tímaløn. Tøl ini eru frá brúkaraprístalinum hjá Hag stov uni, samanborið við gongdina í tíma løn ini hjá Føroya Arbeiðarafelag. (Talan er um reina tímaløn uttan viðbøtur og eftir løn).

Sum myndin vísir, so er tað ikki, fyrr enn avlopskravið er hækkað, at Rús-an ver u liga hevur hækkað sínar prís ir. Skal ar beiðast eftir endamálinum við rús drekka lógini, so eigur prísgongdin á rús drekka sjálvsagt ikki at verið lægri enn løn ar gongdin.

Vert er at leggja til merkis, at prísurin á víni, sum er tað slag av rúsdrekka, sum Rúsan serliga roynir at marknaðarføra, er óbroyttur seinastu 9 árini. Í sama tíð-arskeiði er prísurin á tubbaki øktur við 62%.

6

Tað er ikki at taka ov rívan til, tá sagt verður, at Sólborg fram um onnur hevur verið við til at mynda viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi. Hon var sett í starv sum tað fyrsta starvsfólkið á Blákrossheiminum, tá tað læt upp í 1984, og hon røkti trúliga hetta starvið til 2001, tá hon fór frá fyri aldur.

Tey 17 árini, Sólborg var leiðari á Blá-kross heiminum, er nógv broytt. Frá byrjan var heimið eitt sokallað vart heim, men tá tey fl uttu niðan í Lynggøtu, broyttist bygnaðurin til at vera eitt viðgerðarheim.

Sjálv sær Sólborg við takksemi aftur á tey 17 árini á Blákrossheiminum. Eitt starv, sum gjørdist hennara lívsstarv, hóast tað ikki lá í kortunum frá byrjan.

– ØLL KUNNU ANSA EFTIR FULLUM FÓLKITað var eftir at hava sæð starvslýsing í bløðunum, at Sólborg søkti starvið á

“Kanska var tað hugsanin, at øll kundu ansa eftir fullum fólkum, sum gjørdi tað

at eg søkti. Hevði eg vitað tað, eg veit í

dag, so hevði eg stórliga ivast,

um eg hevði søkt starvið”

Fram um onnur er Sólborg Dulavík ímyndin av Blákrossheiminum. Hon starvaðist á viðgerðarstovninum í 17 ár.

– BLÁKROSSHEIMIÐ V

Soleiðis lýsir Sólborg Dulavík tey 17 árini, hon starvaðist á Blákrossheiminum. Fram um onnur hevur hon verið við til at mynda Blákrossheimið, frá byrjan og til tann viðgerðarstovn, tað er í dag. Hóast tað ofta var stravið, so lítur Sólborg í dag við tøkk og gleði aftur á árini á BlákrossheiminumÓ Ø H

Blá krossheiminum, hóast hon ikki hevði stór vegis royndir á økinum. Undan hes-um hevði hon arbeitt á Barnaheiminum, vøggu stovu og í heimahjálpini.

– Eg veit ikki, kanska var tað hugsanin, at øll kundu ansa eftir fullum fólkum, sum gjørdi tað at eg søkti. Hevði eg vitað tað, eg veit í dag, so hevði eg stórliga iv ast, um eg hevði søkt starvið, sigur Sól borg.

Eftir at hon hevði sent umsókn, hoyrdi hon ikki aftur frá Bláa Krossi fyrr enn tríggjar mánaðir seinni, tá formaðurin í Bláa Krossi, Agnar Nielsen, ringdi til Sólborg, og segði, at henni stóð í boði at fáa starv á Blákrossheiminum. Hon hevði ikki verið til nakra samrøðu. Ei-heldur skuldi hon vísa førleikaprógv fyri nevndini, tó so var starvið hennara.

– Hatta var eitt sindur løgið, tí eg hevði næst an gloymt alt um umsóknina, tá

Agnar Nielsen ringdi, men tað tók mær ikki langa tíð, áðrenn eg tók av, og tað angri eg ikki, sigur Sólborg.

EIN NÝGGJUR HEIMUR LÆT SEG UPPHóast tað líka nógv var av tilvild, at Sól-borg byrjaði í starvi á Blákrossheiminum, so vísti tað seg skjótt, at hon hevði hegni og ikki minst ein áhuga at starvast millum fólk við rústrupulleikum.

– Eg veit ikki, hvat tað var, men eg bleiv bitin av arbeiðnum frá fyrsta degi. Eg fekk ein kærleika til hesi menn-iskju, sum av eini ella aðr-ari orsøk vóru komin út á skráplan í lívinum, og eg vildi stríðast fyri teimum, sigur Sólborg.

Sjálvt um henni dámdi væl á Blákross heiminum, so vísir Sólborg á, at tað var ein stravin tíð. Ar-beiðsdagarnir vóru lang-ir, og alt var nýtt. Har var eingin at spyrja um ráð, tí hetta var fyrsta heimið av sínum slagi í landinum, og tí var tað berligt við serkunnleika á økinum. Av tí sama kendi hon seg ofta einsamalla, tí eingin var at ráðføra seg við í ivamálum.

Hóast alt var nýtt, so hevði Sólborg verið á kunningarferð í Danmark, áð renn

Blákrossheimið læt upp. Hon metir, at tað gav henni eitt sindur av innliti í, hvussu eitt vart heim verður rikið.

– Meðan eg var í Danmark, lærdi eg nógv, ikki minst hvussu eg sjálv skuldi fara til verka. Eitt nú søgdu tey við meg, at eg mátti halda familjulív og arbeiðslív atskilt, og nú eg hyggi í bakspeglið, so hevur tað hjálpt mær sera nógv tey 17 árini á Blákrossheiminum, sigur Sólborg.

TØRVURIN VAR STÓRURStutt eftir, at Sólborg var sett í starv á Blá kross heim-in um í Kongagøtu, lat heim-ið upp. Eingin visti, um tørvur var á einum tílíkum heimi, men landsnevndin í Bláa Krossi hevði ar beitt við hesum í longri tíð, og avgjørt varð, at fyr sti mán að urin skuldi vera ein roynd artíð. Hetta fyri at kanna, um tað yvirhøvur var tørvur á ein um tílíkum heimi.

Frammanundan fóru før-oy ingar til Dan markar ella Íslands í viðgerð, men einki tílíkt tilboð var her á landi. Somuleiðis gekk

tað sera striltið at fáa politikararnar at skilja týdningin av einum heimi fyri rús-misnýtarar.

– Sjálvt um vit høvdu eina trupla byrjan,

7BLÁKROSSBLAÐIÐ

“Eingin kann frelsa allan

heimin, men vit kunnu øll gera okkara part”

“Eg bleiv bitin av arbeiðnum frá fyrsta degi.

Eg fekk ein kærleika til

hesi menniskju, sum av eini ella

aðrari orsøk vóru komin út á skráplan í

lívinum”

Tað hevur verið ein framíhjárættur at starvast millum Rúsmisnýtarar, sigur Sólborg Dulavík

VAR MÍTT ANNAÐ HEIMso gjørd ist skjótt greitt at, at Blái Krossur hevði sæð rætt, tí tørvurin á einum tí-líkum heimi var stórur. Blákross heim ið í Kongagøtu var ætlað 5-6 búfólkum, men tá mest stóð á, búleikaðust 15 fólk á heiminum sam stundis, sigur Sól borg og undrast á, hvussu tað hevur kunn að borið til.

Umframt at hølini í Konga-gøtu vóru ótíðar hóskandi, so sást skjótt, at bú fólk ini høvdu brúk fyri meira, enn var da heimið kundi bjóða. Ser liga manglaði vitan um ráð geving.

Tí varð eisini tosað um at broyta bygn aðin á Blá kross -heiminum, so tað gjør dist ein viðgerðar stovn ur. Um so skuldi vera, var tað eitt krav, at fakfólk, so sum lækni, heilsu røkt ar frøð-ingur, sálar frøð ingur og ráðgevi blivu knýtt at heiminum.

BLÁKROSSHEIM Í NÝGGJUM HAMILongu trý ár eftir, at Blá kross heimið læt upp á fysta sinni, fluttu tey í nýggj høli í Lynggøtu. Somu leiðis var bygnaðurin broytt ur, so at Blákrossheimið nú var eitt viðgerð ar stovnur.

– Tað var tørvur á at koma víðari við

Blákrossheiminum. Nú høvdu vit royndir við vardum heimi, og tíðin var búgvin til at koma víðari, millum annað við at víðka um viðgerðartilboðið, sigur Sólborg.

Sambært Sólborg var tað eitt stórt fram-stig, og tað gav møguleika fyri at fara meira grundiga til ver ka, við eisini at tosa við avvarðandi hjá rús mis -nýtarum. Tó so, alt var ikki bert jaligt, vísir hon smíl -andi á, eitt nú gekk tað ein tíð, áðrenn búfólk vóru trygg við viðgerðina. Ser-liga høv du fl eiri ilt við at góðtaka, at ein sál ar frøð-ingur var settur í starv.

– Eg kann minnast ein dagin, tá ein mað ur kom inn á kontórið hjá mær, og segði: “Só lborg, eitt er at eg drekki ov nógv, men svakur, tað eri eg í hvussu er ikki”.

Tað, hann sip aði til, var, at hann skul di hava eina samrøðu við sálarfrøðingin, sigur Sól borg og leggur afturat, at tað var tó skjótt, at sjógv arnir høvdu lagt seg.

SÍGGJA VIRÐI Í TÍ EINSTAKAHóast nógv var broytt frá tí, Blákross-heimið flutti niðan í Lynggøtu, so legði Sól borg altíð stóran dent á at møta tí ein-staka menniskjanum á ein virðiligan hátt.

Eingi menniskju eru eins, og tí er neyð-ugt at møta tí einstaka menn iskjan um við kærleika og umsorgan. So hevði tað minni at siga, um talan var um fyrstu ella 10. ferð, viðkomandi kom í viðgerð. Starvs fólkini vóru har fyri búfólkið, og ikki umvent, vísir Sólborg á.

Hon metir, at hóast tað ikki altíð eydnast teim um, sum hava verið í viðgerð, at hal da sær, so metti hon ongantíð, at við gerðin var burturspilt.

– Eingin kann frelsa allan heim in, men vit kunnu øll gera okkara part. Blái Kross ur byggir á kristnu lær una, har kær-leiks boðið stend ur sentralt. Hetta royndi eg altíð at hava fyri eygað, tá eg arbeiddi, sigur Sólborg.

Júst hetta var tað, sum myndaði arbeiðið hjá Sólborg øll árini, hon arbeiddi á Blá-kross heiminum.

EIN FRAMÍHJÁRÆTTUREftir at hava starvast á Blákross heim in-um í 17 ár fór Sólborg frá vegna aldur í 2001, og í dag nýtur hon tilveruna sum fólkapensionistur. Tá hon verður biðin at líta aftur á tíðina á Blákrossheiminum, so undrast hon á, hvussu tað hevur gingið øll hesi árini. Hon vísir á, at hevði tað

ikki verið fyri eldsálir í landsnevndini hjá Bláa Krossi og góð starvsfólk, so hevði tað ongantíð gingið.

– Tá Blákrossheimið læt upp í 1984, var tað ein roynd. Vit sum starvsfólk høvdu ikki neyðugu vitanina á økinum. Men hóast tað kanska ikki var so professionelt, so var tað heimligt. Tað haldi eg hevði nógv at siga fyri bú-

fólkið, at har var eing in gátt, sum skilti, sigur Sólborg, og vísir til tann kærleika, Jesus hevur víst sær. Ein kærleika, sum er gróðursettur við trúnni á Jesus Kristus, og hevur hildið henni uppi tey 17 árini á Blákrossheiminum. Ja, líka til hendan dag.

– Eg havi kent tað sum ein framíhjárætt at starvast millum rúsmisnýtarar, sigur Sólborg Dulavík at enda.

M T :– Sólborg er ein stór persónligheit– Sólborg er eitt fantastiskt menniskja og ein stór persónligheit. Tað arbeiðið, hon legði í Blákross-heimið øll árini, hevði ongin gjørt henni eftir. Hon var við til at byggja heimið upp frá ongum.

Umfrant hennara dirvi og ágrýtni, so hevur Margeir bert rós at bera Sólborg fyri tað, hon hevur gjørt fyri Blákrossheimið. Hann vísir á hennara ótroyttiligu eginleikar at arbeiða millum, og ikki minst fyri rúsmisnýtarar. Hon dugdi væl at fáa fólk at kenna tað heimligt á Blákrossheiminum, sjálvt um tað var ein viðgerðarstovnur.

Sum starvsfólk dámdi Margeiri væl at arbeiða saman við Sólborg, tí hon var so erlig og segði sína meining. Tískil visti tú altíð, hvar tú hevði hana.

J B :– Sólborg er ein eldsálSólborg er ein kvinna, sum gongur høgt upp í tað, hon tekst við. Arbeiðið á Blákrossheiminum var henn ara hjartabarn, og hon hevði hegni og ein ótroytt iligan kærleika fyri misnýtarunum. Hon vildi síggja tingini frá teirra síðu.

Soleiðis lýsir sálarfrøðingurin, Jegvan Bæk, Sólborg. Tey bæði starvaðust saman í mong ár á Blákrossheiminum. Honum dámdi væl at arbeiða saman við Sólborg, hóast tey als ikki altíð vóru samd.

– Sólborg kravdi nógv av starvsfólkunum, men hon kravdi meira av sær sjálvari. Eitt nú dugdi hon

væl at áminna okkum starvsfólk, at vit vóru har fyri misnýtaran, sigur Jegvan. Hann vísir á, at tað ber illa til at nevna Sólborg uttan at nevna sjavsin. Altíð

var hon klár til at taka eitt kortspæl.

8

Skráin í ár:

Leygardag11. des.

Sunnudag12. des.

Mánadag13. des.

Týsdag14. des.

Mikudag15. des.

Hósdag16. des.

Fríggjadag17. des.

Leygardag18. des.

14.00-20.0014.3015.00

15.00-19.0017.00

16.00-19.0017.00

16.00-19.0017.00

16.00-19.0017.00

16.00-19.0017.00

16.00-20.0017.00

15.00-20.0017.00

TUNNILSDAGURJólacaféin á Neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðHornorkestrið spælir jólaløgBrandbilurin við jólamonnum vitjar Gomul Jól

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðSyngið við á neystaloftinum. Vit syngja jólasangir

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðMusikskúlanæmingar framføra

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðSyngið við á neystaloftinum. Vit syngja jólasangir

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðMusikskúlanæmingar framføra

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðGentukór syngur

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðGentukór syngur

Jólacaféin á neystaloftinum & Gamli Handil hava opiðJólaskipið vitjar gomul JólVinnararnir av Jólateknikappingini verða kunngjørdir

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

.......................

....................

....................

....................

...........................

....................

....................

.......................

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

Tel 417060 / visiteysturoy.fo

Tourist InformationCentre in Runavík

Tel 417000 / runavik.fo

krea

. te

l 60

80

80

Hugnakvøld fyri sjálvbodnu starvs fólk-unum í Blákrossbúðunum er eitt aft ur -vendandi tiltak, har starvsfólkini í búð-un um vera boðin til døgveðura. Sein astu árini hevur Sjókaféin í Runavík verið karmur um tiltakið, og so var eisini í ár. Tó hava tað ongantíð verið so nógv fólk til hugnaløtuna áður, tí í mun til undan-farin ár, so hevur Blái Krossur nú tveir endurnýtsluhandlar.

Umleið 140 fólk vóru við til tiltakið, sum byrjaði við at aðalskrivarin, Hjal-mar Hansen, bjóðaði vælkomin, áðrenn Jóna Hansen fekk orðið. Jóna situr í lands nevndini, og nýtti hon høvi at takka teimum mongu sjálvbodnu starvs-fólk unum fyri stóra arbeiðið tey gera í

Týskvøldið 16. november bjóðaði Blái Krossur sjálvbodnu starvsfólkunum í Blákrossbúðunum til hugnaløtu í Sjókaféini í Runavík. Umleið 140 sjálvboðin vóru við til til tiltakið, sum eydnaðist sera væl Ó Ø H

140 FÓLK TIL HUGNALØTU

Blákrossbúðunum. Somuleiðis vísti hon á at tað gav Bláa Krossi møguleikar at røkka víðari við fyribyrgingararbeiðnum.

KÁRI OG HELGI UNDIRHILDUAlt var tó ikki bert álvara, tí millum lut-takarnar á hugnaløtuni vóru løg tings-menn inir Kári P Højgaard og Helgi Abra-hamsen, og dugdu teir óføra væl at fáa smílini fram í fólki, við teirra skemtiligu søgum.

Eins og undanfarin ár varð skipað fyri mótaframsýning við klæðum úr Blá-kross búðunum, og tað vóru mong ymisk góð klæði víst fram, bæði til børn, ung og vaksin fólk. Sigbjørg Hansen stóð fyri fram sýningini.

GEVUR GRÓÐRARBOTN FYRI VÍÐKAÐUM ARBEIÐIBæði Hjalmar Hansen og Jóna Hansen vístu á í teirra framløgum, at yvirskotið frá Blákrossbúðunum, gevur gróðrarbotn fyri øðrum arbeiði hjá Bláa Krossi, so sum fyribyrgingararbeiðnum.

Við til hugnaløtuna var eisini Jóngerð Nielsen, sum er fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Hon greiddi eitt sindur frá sín um arbeiði. Sum fyribyrgingar ráð-gevi ferð ast Jóngerð runt landið og vitjar skúlar, har hon heldur fyrilestrar um

rús drekka og rúsandi evni. Somuleiðis verð ur nógv gjørt burturúr fyri at kunnað foreldrini. Hetta fyri at fyribyrgingin skal hava størri effekt.

At enda tók Hjalmar Hansen samanum árið, ið er farið, og ikki kann sigast ann-að enn at tað hevur gingið strúkandi í Blákrossbúðunum. Nakað sum tey mon -gu sjálvbodnu starvsfólkini eiga ær una av.

Lagið var gott og sangurin rungaði til hugnaløtuna.

Mótaframsýning við kæðum frá búðunum var eisini á skránni.

Menn sungu “Fagra blóma” fyri kvinnunum.

9BLÁKROSSBLAÐIÐ

Tað kann vera ein andsøgn í tí at skapa avlop og samstundis vera tálmandi. Fyri at sleppa undan hesum kann vera skilagott at sleppa avlopskravinum. Tað kann tó ikki gerast, uttan at okkurt verður sett í staðin.

Lat Rúsuna verða riknað eftir játtan á fíggjarlógini sum ein og hvør annar stovnur. T.v.s. tað, sum Rúsan hevur at disponera yvir til lønir v.m. verður játt-að av løgtinginum. Hetta er neyðugt, tí Rúsan er ein monopol fyritøka, sum hev-

Rætt er at sleppa avlopskravinum, Rúsan hevur hangandi yvir sær. Men so eiga avgjøldini at hækka og rúsdrekkafyribyrging at verða raðfest fremriH H ,

SLEPPIÐ AVLOPSKRAVINUM HJÁ RÚSUNI

ur tað innbygdu mekanismu, at fyri tøk an bólgnar upp, tá eingin kapping er fyri at halda kostnaðinum niðri. Sum virk is-formur er monopolið ósunt, og tí er neyð-ugt við eftirliti av rakstrinum.

ERU AÐRIR MØGULEIKAR ENN AT AVTAKA AVLOPSKRAVIÐ?Rúsan roynir møguleikan at náa málinum við at økja um søluna. Men hvat við at spara við at niðurleggja nakrar av deild-unum? Við at niðurlagt deildina í Vágum

og Sandoy hevði Rúsan spart nak rar mill-ión ir.

Sølan átti at minkað nakað, men ikki líka nógv, sum annars spart verður. Fólk í Vágum fáa ikki longur til Rúsuna enn fólk á Eiði. Og so byrjaði Rúsan at vera tálmandi í atgongdini til rúsdrekka, og livdi tí eisini upp til sítt endamál.

HÆKKIÐ AVGJØLD OG RAÐFESTIÐ FYRIBYRGING FREMRIVerður avlopskravið slept, er neyðugt at

Nú hetta árið er við at leggja saman hend-ur, eru fyrireikingarnar hjá BKU til kom-andi ár í gongd. Aðra staðir á síðuni kanst tú lesa um Pizzakvøldið, sum er fyrsta tiltakið hjá BKU komandi ár.

– Pizzakvøldið er ein fínur máti at byrja árið uppá, har vit savna BKU´arar til eitt hugnakvøld. Somuleiðis fáa vit kunnað um arbeiðið hjá okkum fyri komandi ár, sigur formaðurin í BKU, Jóhan Eliasen.

Sambært Jóhan sita tey í BKU nevndini

FJØLBROYTT BKU SKRÁ FYRI 2011Blá Kross Ungdómur (BKU) er ein virkin felagskapur, og tað verður hann eisini í 2011. Eitt nú verða fl eiri afturvendandi tiltøk á skránni, umframt at okkurt serligt verður gjørt burturúr á landsstevnuni hjá Bláa KrossiÓ Ø H

júst nú og fyrireika tiltøkini til komandi árið. Enn er ikki alt komið uppá pláss, men tað eru altíð nøkur føst tiltøk, har BKU er við.

FESTIVALAR OG LANDSSTEVNANEitt av hesum tiltøkunum er landsstevnan hjá Bláa Krossi, sum komandi ár verður í Trongisvági 26. og 27. mars. Ætlanin hjá BKU er at gera okkurt serligt burtur úr landsstevnuni. Jóhan vísir á at Blái

Krossur er ikki serliga virkin í Suðuroy, og tí er tað eitt gott høvi hjá teimum í BKU at ferðast runt og kunnað felagskapin.

Somuleiðis hevur BKU verið við á festi-valum seinastu árini, har tey hava ging ið vakt runt festivaløkið. Formaðurin í BKU vónar at tey aftur komandi ár sleppa at virka við, tí tað er eitt upplagt høvi at koma í samband við fólk, sum á ein ella annan hátt hava tørv á eini hjálp andi hond.

– Umframt landsstevnuna og festival ar-nar, so kemur BKU at virka við til onn-ur til tøk, men meira verður at frætta um hetta seinri, sigur Jóhan Eliasen.

Í nevndini hjá Blá Kross Ungdómi eru Jóhan Eliasen, formaður, Amy Dam Petersen og Signar Kristiansen.

Tað er eftir hondini vorðið ein tradi tión, at BKU-árskallendarin byrjar við ein-um pizzakvøldi, og komandi ár er einki und an tak í so máta. Tí fríggjakvøld ið 21. januar bjóðar Blá Kross Ungdóm ur øll um BKU´arum til eitt hugnaligt lima-tiltak, sum enntá er ókeypis. Enn er ikki endaliga avgjørt hvar tiltakið verður, men meira verður at frætta á heimasíðuni hjá Bláa Krossi.

Umframt nógv gott til matna, er eisini ymiskt annað á skránni. Eitt nú kemur

BKU SKIPAR FYRI PIZZAKVØLDIFríggjakvøldið 21. januar skipar Blá Kross Ungdómur (BKU) fyri pizzakvøldi, sum er eitt ókeypis tiltak fyri BKU-limir. Umframt góðar pizzur og sodavatn, verður eisini undirhald og annað áhugavert á skránniÓ Ø H

ein fyrrverandi rúsmisnýtari at greiða frá sínum lívi, umframt at Jóhan Eliasen fer at kunnað um BKU.

Umframt upplýsandi átak, so er eisini skemt í heimsklassa á skránni. Ein av bestu skemtarunum í landinum, kemur at standa fyri undirhaldinum. Men meira við formaðurin í BKU, Jóhan Eliasen, ikki siga enn.

So tað ræður um at seta kross í kalend-aran fríggjakvøldið 21. janu ar, tí tá verður legendariska BKU pizzakvøldið. Meira

hækka avgjøldini á rúsdrekka. Aðalmálið eigur at vera, at prísirnir ikki lækka av tí, at avlopskravið verður slept. Sum víst á í aðrari grein í blaðnum, so er rúsdrekka vorið lutfalsliga bíligari seinastu 10 árini.

Harumframt eigur almenni myndug-leik in at hava í huga, at rúsdrekka er ikki eins og aðrar vørur og raðfesta fyri-byrgj andi arbeiðið fremri, og ikki sum í dag, har fyribyrgjandi arbeiðið verður niður raðfest.

verður at frætta seinri um pizzakvøldið á heimasíðuni hjá Bláa krossi, har tað eis ini er møguligt at tilmeldað teg til til-

takið. Heimasíðan er sum kunnugt www.blakross.fo.

Jóhan Eliasen.

10

Jólini í einari indianarakirkju líkjast jól unum manga aðrastaðni við guds-tæn astu, bíbliulestri og einum krubbu-spæli. Vit hava eitt træ, sum menninir eru komnir við. Við stórum kærleika hava kirkju fólkini prýtt tað. Har eru gávur: dukkur, leikutoysbilar, bøkur og teppi, sum kvinnuringarnir hava sent okkum. Teir vísa okkum av sonnum kærleika og umsorgan. Kirkjuliðið kemur við gávum til okkum báðar kvinnuligu trúboðarar.

Tá ið gudstænastan og samveran vóru lið ug, fóru vit báðar heim, móðar og lukku ligar, men eitt lítið sindur sorg-blíð ar. Dagin eftir var jóladagur, og vit høvdu ikki tíð at baka ella fyrireika nakað til okkum sjálvar. Morgunin eftir sótu vit stillar. Vit kendu okkum rættiliga einsamallar, tá ið vit lótu pakkarnar upp, sum familja okkara og ymsir ringar og feløg høvdu sent. Brádliga vóru vit heilt greiðar um, hvussu langt burtur øll okkara kæru vóru. Sjálvt um Arizona liggur í USA, so kendu vit okkum ógvuliga fremmandar og einsamallar um jóltíðir.

Hvat skuldu vit gera? Vit vistu tað longu: fara á kafeteria í býnum at eta okkara jóladøgurða, sum árini frammanundan. Úrslitið var ikki av tí besta. Vit høvdu gjørt okkum til og vóru til reiðar til henda langa koyritúrin inn til býin, tá ið vit hoyrdu onkran banka spakuliga upp á dyrnar. Vit lótu upp, og uttanfyri stóð ein lítil indianaragenta, sum búði í

JÓL Í EINUM INDIANARARESERVATI Í ARIZONAhúsinum uppi á heygnum. Hon smíltist, eygu hennara strálaðu, tá ið hon segði: “Mamma biður tykkum báðar koma at eta jóla døgurða saman við okkum. Gerið so væl og skundið tykkum.” Hon var longu á veg niðan á heyggin, tá ið eg fekk sagt: “Jú, túsund takk. Vit vilja koma.”

Í húsinum á heygnum, sum bert hava tvey rúm, búgva Charlene Cody og hennara seks smáu børn. Maðurin er rýmdur heimanífrá, og nú strevast hon at halda øllum uppi einsamøll. Einasta hjálp hennara er ein lítil vælferðarkekkur. Hóast okkara lítla samfelag bjóðar bæði innlagt vatn og el-streym, hevur hon ikki ráð til sovorðið. Fyri nøkrum mánaðum síðani byrjaði frú Cody at koma í kirkju. Ikki vardi leingi, til hon tók ímóti Jesusi sum sínum Frelsara. Nú vísti hon Guds kærleika, við tað at hon býtti sín jóla-døgurða við okkum.

Tá ið vit vóru á veg niðan á heyggin, gjørdust vit bilsnar, tí vit sóu fl eiri onnur fólk ganga somu leið. Tá ið vit komu inn í heimið, sum var so skínandi reint, gjørdust vit enn bilsnari. Borðreitt var, og øll skuldu sjálv ganga og fáa sær úr íløtunum. Á einum longum beinki stóðu íløt við kalkun, súltutoyi, sós, grønmeti, nýbakaðum breyði og dessert. Tey elstu børnini stákaðust. Gleði teirra yvir at kunna býta við onnur var vøkur at síggja.

Tað vóru bert fá, sum fi ngu sitið við hitt lítla borðið, so restin noyddist at sita

á songini, á gólvinum ella uttanfyri. 32 fólk ótu døgurða tann dagin. Mong teirra høvdu, júst sum vit, ikki fi ngið nakað serligt til matna jóladag, um tað ikki var fyri hesa familjuna, sum ofraði sína tíð og pengar at gleða onnur.

Tá ið vit boygdu høvur at biðja borð-bønina, kendi eg, at eg ikki longur var einsamøll. Sjálvt um hinir gestirnir vóru av einum øðrum ættarslagi og høvdu aðra mentan og tosaðu eitt annað mál, kendi eg meg ikki fremmanda. Hetta vóru tey

glaðastu jólini, eg nakrantíð hevði havt.Henda lítla frásøgnin nýtist ikki at enda

her, tú kanst føra hana víðari. Okkurt eins ligt menniskja býr í nánd av tær. Hví ikki gera okkurt serligt fyri tað ella fyri fl eiri menniskju hesi jól? Být títt heim og tín jóladøgurða við tey. Og meir enn nakað annað: verið felags um ta stóru jólagávuna, Jesus Kristus.

J AE C .

Verkætlanin ”Mother and Child”, sum Blái Krossur India stendur á odda fyri, byrjaði í juli 2010 við fíggjarligum stuðli frá altjóða blákrossfelagsskapinum IFBC og Bláa Krossi Føroya.

Verkætlanin hjá okkum byggir á ta grundhugsan, at við at uppbyggja før-leikar kunnu vit fyribyrgja rússkaðum og hjálpa teimum, sum hava trupulleikar av rúsi. Í India er tað ikki bert rúsdrekka, sum er eitt vandamál. Í ávísum økjum er heimabryggj ógvuliga vanligt og eisini ymisk rúsevni.

VERKÆTLANIN Í INDIA ER BYRJAÐNilesh Geikwad, verkætlanarleiðari hjá Bláa Krossi í India, hevur sent okkum hesa heilsan

Vit arbeiða í fátøkum økjum uttan fyri býir nar, har fátækradømið er stórt. Van liga eru tað menninir, sum syrgja fyri at vinna pening til familjuna. Ein miðalinntøka í hesum økjum er millum 6 og 12 kr. um dagin. Nógvir av monnunum brúka 1/3 ella meir av hesum til at keypa okkurt rúsandi, og tí er konan ikki før fyri at syrgja fyri heiminum fyri teir pengar, hon fær frá manninum. Ein partur av okkara verkætlan er tí at geva kvinnum førleikar til at fáa egna inntøku.

Higartil hava vit 94 kvinnur við í

sjálv hjálparbólkum. Umframt at tær eru saman um sín trupulleika, at hava ein mann, sum drekkur ella nýtir rúsevnir, so læra tær eisini at seyma. Higartil hava vit frálæru í 4 deplum og hava keypt 13 seymimaskinur.

”Mother and child” verkætlanin gevur okkum eisini møguleikar fyri fyri byrgj-andi átøkum, har vit greiða frá vand unum við rúsdrekka og rúsevnum. Heilsu kann-ingar og vegleiðing í reinføri og mat-vanum eru eisini ein partur av verk ætl-anini. Í onkrum av støðunum, vit ar beiða,

hava vit longu nú fi ngu lokalu mynd ug-leikarnar við, og teir stuðla eisini okkara arbeiði.

Vegna tey, sum fáa gagn av hesi verk-ætlan, verkætlanarstarvsfólkini og nevnd-ina í Bláa Krossi India vil eg hjartaliga takka IFBC og Bláa Krossi Føroya fyri, at tit við tykkara stuðli virka fyri broyting í mannalívum. Gud signi tykkum øll.

N G ,

11BLÁKROSSBLAÐIÐ

Fá tær bestu upplivingarnar í pensjónsárunum við eini góðari pensjónsuppsparing í Eik

VIRKIN ALT LÍVIÐ

Í ár kanst tú seta upp til kr. 25.000 á Kapitalpensjón og kr. 100.000 á Lutapensjón. Tú fært frádrátt í skatti fyri

inngjøld á pensjónsuppsparingar, sum tú setir inn áðrenn ársskiftið.

Tosa við okkum um tínar pensjónsmøguleikar.

Eik Banki Føroya P/F

Tel. 348 000www.eik.fo

Nú er hon her!Nú er hon her!

18 ymiskar og spennandi hendingar, sum føroyskir sjómenn siga frá.

Bókin fæst frá Heimamissiónsforlagnum ,470000 og [email protected] og kring landið

225 ,-225 ,-150 síður við 150 síður við 113 myndum113 myndum

12