nordlysid nr 32 2014
Post on 07-Apr-2016
298 Views
Preview:
DESCRIPTION
TRANSCRIPT
- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007
NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00
40 Á R V IÐ NORÐLÝSINUM
Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiðiÍ samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferðtil New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið,ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.
L E V I JOENSEN GE V UR Ú T ENDURMINNING A R
K A RL HERI: GOT T AT FA R A TÍÐLIG A Á FJA LL
1.DEIL D: AVGERÐIN F EL L IR L E YG A RD AGIN
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20142
EF TIRGJ Ø RT GRÓT SUM PRÝÐIVit høvdu tíðliga í vár eina samrøðu her í Vikublað-num við Bern-hard Hammer, í sambandi við at hann hevði sagt tað góða trygga søluarbeiðið frá sær og var nú farin at geva sí-num listargávum rúmari ræsur
Hóast hansara listagrein er sera fjøl broytt, so snúði greinin seg tá um sniðgeving innan timbur. Hesaferð hava vit tosað við hann um grótlíki (kunstigt grót). Flestu føroyingar vita helst ikki rættuliga hvat grótlíki er fyri nakað, men mong av okkum hava tó sæð tað uttanlands, eitt nú í Legoland, Zoologiskum hava og øðrum stuttleikaparkum sum hava vakrar høgar klettar, steinar og grótlaðaðar borgir v.m., sum í veru leikanum er eftirgjørt úr betong evn að til við múrskeið og síðan málað. Tað sær so mikið ektað út, at tað er næstan ikki til at trúgva, at tað er hondgjørt.
Ístaðin fyri at laða við gróti gera vit tað við grótlíki, ið sær líka náttúrligt sum grót, klettur ella hella. Uttandura vil tað við tíðini leggjast gróður og mosi á, eins og á náttúrligan hátt.
Í grannalondum okkara er grótlíki mest brúkt sum áður nevnt í zoo stuttleikaparkum, stórum akvarium v.m. og ikki í privatum heimum. Ei heldur í tí vanliga almenna rúminum.
Í USA harafturímóti er tað sera vanligt at brúka grótlíki í almennum rúmum. Í kontórbygningum fundarhøl um v.m. eins og í privatum heimum, til peisir, grótvegg aftan fyri brenniovnin og til grótlaðagar veggir yvirhøvur bæði inni og úti. Tað er eisini blivið meira vanligt har at gera eftirgjørdar klettar ella hellu sum partur av fríðk anini í tí privata heiminum bæði innan og uttandura.
Heitir pottar sum fyrr
vóru gjørdir úr glasfibur, plast ella træ, vera nú mangan gjørdir sum grótlíki og síggja veruliga út sum laðað grót ella høgt inn í hellu. Hóast hendan vinnan hevur nógvárábakiíUSA,soerhonnúfarin at vaksa við rúkandi ferð.
Gerast meira sjónligurBernhard hevur, síðan hann byrjaði við múrskeiðini gjørt eftirgjørdar grótlaðingar, klettar, hellu, steinar, bæði úti og inni. Og tað má sigast, at tað sær heilt ómetaliga náttúrligt út. Hann sigur, at hátturin hann málar málningar er heilt náttúralistiskur, og hevur hann mangan roynt at førka seg til tað meiri abstrakta, men hetta hevur ikki eydnast.
Hann er altíð dottin í gomlu tryggu
rilluna aftur. Men nú hann er farin at gera grótlíkí, er hann fulkomiliga broyttur, og tað var hann noyddur til, tí at grót er sera rátt og knorslut serliga málingin. Sjálvt ein vanligur lítil steinur upp á 50 kilo hevur fleiri tíggjutals litir, so her ræður um at sletta og aftur sletta, og tó at sletta við skili.
Bernhard ætlar nú at gerast meira sjónligur í júst hesi listagreinini. Spurdur um hann ætlar sær at kappast við grótlaðarnar, sigur hann, at hann sær tað als ikki sum eina kapp ing við siðbundnu føroysku flottu grótlaðingina. Hon fer altíð at vera, og hon er sum oftast uttandura. Honum dámar betur innandura arbeiði vegna vegurlagið. Hóast grótlíki er nakað bíligari en vanligt grót, so er munurin ikki so stórur. Grótlíki kann nøkur ting sum veruligt grót ikki kann, sum til dømis um tað eru tey ið ynskja sær eitt fitt lítið summarhús, sum er grótlaðað bæði innan og uttan. Trupulleikin er, skal isolatión vera í millum løgini, so blívur ein veruligur grótveggur skjótt meira enn ein metur tjúkkur í mun til 30 40 cm við grótlíki.
Gróður veksur ikki út millum stein arnar við grótlíki. Pláss er eisini ein fyrimnur, tað skal bert 5 cm tjúkt pusslag á ein stovuvegg, um man ynskir sær ein grótvegg (Gl). Eisini ber nú væl til at hava ein grót vegg (Gl) á loftinum um tað skal vera, hóast undirsløgini bert eru
dimensjonerað á vanligan hátt. Tað eru mong sum hava ein brenniovn í stovuni, og ístaðin fyri
vanligar flísar sum brandverju, kunnu tey nú fáa ein flottan grótvegg aftan fyri ovnin. Eitt sum als ikki letur seg gera á nátturligan hátt, sum grót líki kann, er at tú nú kanst prýða við eftirgjørdum kletti ella hellu, frítt standandi ella uppat einum veggi úti sum inni.
Eitt annað er handilsframsýningar ella messuframsýningar, sum bert skulu standa frammi eina ávísa tíð. Bernhard heldur fyri, at tað hevði verið ein fantastiska spennandi uppgáva at fingið at prýða eina flotta føroyska framsýning við føroyskum gróti (Gl) á eini stórari messu uttanlands.
Flott grótlaðað húsagrundBernhard hevur isolerað húsagrundir útvendiga við flamingo og so lagt grótlíki út yvir. Ein sera flott grótlaðað húsagrund má man siga, enntá er grundin isolerað. Hann heldur tó, at tað er meira spennandi at gera smærri detaljeraðar uppgávur heldur enn heilt
stórar flatur.Tað skal ikki so nógv til
at fullbukka summarið, tí vónar hann at føroyingar síggja møguleikan við grótprýðing innandura, tá ið veðrið nú er sum tað er: Sum dømi kundi eitt alternativ til tað vanliga at pláta betong grundina innvendiga, verið at leggja isolerandi flamingo á betongveggin og prýða hann við eini flottari grótlaðing. Fyrimunurin við hesum er vakurleiki, framúr effektiv isolering og eingin vandi fyri blámusoppi. Slíkir
grovir grótveggir bróta av ljóðbylgjur og harvið dempa ljóðið í rúminum.
Bernhard sigur, at um onkur hevur eina serliga uppgávu, sum krevur eitt listarligt eyga, so kemur hann fegin inn á gólvið. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við hann á tlf. 281917 ella á bjhammer@olivant.fo ella á facebook undir heitinum BJ Hammer, har síggjast fleiri myndir. Navnið á fyritøkuni er BJ Hammer sp/f.
Listamaðurin Bernhard Hammer
Eftirgjørt grót í grønum ljósi
Eftirgjørdur klettur særheilt nátúrligir út
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 3
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20144
L E I Ð A R I N
Íbúð í KlaksvíkFult møbilerað íbúð mitt í Klaksvík til leigu.
NorðlýsiðTel. 284379
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 10. oktober hava Marianna og Evald Simonsen
gullbrúdleypsdag.
Dagurin verður hildin leygardagin 11. oktoberfrá kl. 12 til 18 í hølunum hjá sjúkrarøktarfrøðideildini
í Jónas Broncks gøtu 25 - Tórshavn.
GullbrúdleypFríggjadagin 3. oktobur hava
Gull-Britt og Karsten Hansen verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvíksama dag kl. 19.00. Skyldfólk, vinir og kenningar,
sum vilja gleðast saman við okkum hendandagin, verða biðin um at siga frá innan 25. sept.
á telefon 220599 - 285007 ella á telduposti karstenh@olivant.fo
11. oktobur giftastMaria Marcusardóttir í skorini frá Norðoyri
og Rúni Person Jacobsen úr Søldarfirði.
Vígslan verður í Nebo á Toftum kl.13.00,og veistlan verður hildin fyri innbodnum
í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00
Brúdleyp
Símun Joensen 95 árLeygardagin 4 okt. fyllir
Símun Joensen (Símun á Húsum) 95 ár
Føðingardagurin verður hildin í Smæruniá Sambýlinum á Heygnum
frá kl. 17:00 til 20:00.
GullbrúdleypFríggjadagin 10. oktober hava
Ívun og Helgi Lerviggullbrúdleypsdag.
Nú vit hava verið gift í 50 ár, er tað okkum ein gleði at bjóða familju,vinum og kenningum
at hátíðarhalda dagin saman við okkum.Veitslan verður í Dansifrøi í Tórshavn
leygardagin 18. oktobur kl. 17.00.
Tit, sum ynskja at verða við, verða biðin um at boðafrá hjá Ívun og Helga Lervig á tlf. 211117 ella 311117,
áðrenn 6 oktobur
Vit vóru ungir og spentir, eg og Eigil Hentze, tá vit fyri fyrstu ferð, 4. Oktober í 1974 sóu okkara fyrsta Norðlýsi á prenti.
Tíðin síðani, fram til dagin ídag, hevur verið skift-andi og spennandi. Felags fyri nógvu fyrstu árini er helst, at tað var sera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Var tað ikki fyri eitt sera gott netverk í familjum okkara, og eitt uppaftur størri netverk aftanfyri okkum í lokalsamfelagnum í Norðoyg-gjum, so høvdu vit als ikki megna at hildið fokus øll hesi ár.
Nú eru nógv harrans ár síðani at Eigil Hentze gavst á blaðnum, tó so, at hann hevur givið onkra hond líka til dagin í dag.
At tað er alneyðugt við einum lokalblað sum Norðlýsið, tað hava vit øll, sum gjøgnum tíðirnar hava skipað redaktiónina á Norðlýsinum, verið sannførd um. Tað er heldur ikki so sjálvdan att vit hava fingið at vita frá bygdum og býum kring um í Føroyum, at tey sakna onga lokala rødd at eiga í lokalsamfelagnum.
At kalla allastaðni verður sannað, at høvuðsstaðar-pressan fyrst og fremst arbeiðir í og fyri høvuðs-staðarøkinum. Tað sæst best tá ið um sjúkrahús-økið ræður og eitt nú tá kringvarpið tosar við ”mannin á gøtuni”. Kringvarpið kann jú leggja ver-tin á hvat vit kring um í landinum halda, tí vit eru álíkavæl tvangsinnløgd at gjalda kringvarpsgjald. ”maðurin á gøtuni” hjá kringvarpinum gongur óg-vuliga sjálvdan í túninum í Bø, Sumba ella á Kirkju, nei, fyri stórsta partin válar hann oman og niðan eftir áarvegnum ella í SMS.
Men tað er tó inn ímillum at høvuðsstaðarpressan kemur kring um í landinum. Men tá er tað fyri stør-sta partin tí at hon luktar lýsingar ella sponsorpen-gar.
Sum eg segði, so hevur Norðlýsið í mínari tíð havt bæði góðar og ringar tíðir peningaliga, men blaðið hevur tó megnað at komið ígøgnum allar kreppur, hóast vit hava fingið okkurt nosið. Men vit hava yvirlivað. Og ikki minst, vit hava megnað at hildið fokus. Hóast fleiri áheitanir, so hava vit ongantíð farið inn í at givið Norðlýsið út sum eitt landsblað, tvørturímóti vit hava hildið okkum til at givið okkara egna samfelag rós og rís og ikki minst hava vit verið ígongdsetarar til ein hóp av tiltøkum í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum í hesi 40 árini. Nevnast kunnu millum annað ”yrkisfótbólt” , sølu-stevnur, kunnigarstovu, listafelag, sjómannadagar og mangt mangt annað.
Jú, Norðlýsið er ein viðspælari í okkara lokalsam-felag, og tað ætlar Norðlýsið sær framhaldandi at vera.
Í komandi ári verður blaðið 100 ár, skráin fyri næstu 100 árini verður hin sama ”Lokala røddin í Norðoyggjum”.
Oliver
Norðlýsið elsta blað í landinum
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 5
Forsíðan av fyrsta blaðið vit góvu út 4. oktober fyri 40 árum síðani. Ein broyting var m.a. at tjúkku strikunar vóru reyðar, frammanundan hevði ikki verði vanligt at brúka litir
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20146
4. oktober í 1974 var blaðstjóraskifti og ábyrgdar-skifti á Norðlý-sinum. Tann fríggjadagin kom Norð-lýsið út við Eigil Hentze sum ábyrgdar-blaðstjóra og Oliver Joensen sum blaðmanni og bókhaldara.
Hetta var eitt sera stórt tak hjá okkum báðum at fara undir. Vit arbeiddu báðir í skúlanum tá, Eigil, sum lærari og eg sjálvur sum faklærari í maskinskriving nakrar fáar dagar. Umframt tað, so arbeiddi eg eisini sum skrivstovumaður hjá P/F Dávur úr Gerðum og eisini á Handilsskúlanum um kvøldarnar.
Óli Dahl fer fráOrsøkin til at Óli Dahl fór frá júst tá, var helst tí at Jógvan Gardar yvirtók Klaksvíkar Prentsmiðju um tað mundi. Frammanundan høvdu P/F J. F. Kjølbro og Evald Kjølbro átt P/F Klaksvíkar Prentsmiðju. Eg haldi tað var í 1972, at Kjartan Lutzen, sum tá var høvuðsbókhaldari hjá Kjølbro, kom til mín og spurdi, um eg ikki vildi átaka mær bókhaldið hjá Klaksvíkar Prentsmiðju. Eg var stutt frammanundan komin úr Danmark av handilsskúla har.
Tað gjørdi eg í 72, men samstundis var nýggj tøkni komin til Klaksvíkar Prentsmiðju. Teir høvdu fingið eina offset pressu, og hetta hevði við sær, at prentsmiðjan fór meira og meira burtur frá blýgginum til at brúka offsett tøknina ístaðin.
Hetta gjørdi, at ”setararnir”, teir sum settu blýggjbókstavirnar upp, ikki høvdu førleikan at seta á
nýggju fotosetumaskinunum, tí tastaturið har kravdi í veruleikanum, at tú dugdi ”blindskrift” ella dugdi at skriva við øllum 10 fingrunum. Tað var eg kringur í, og tí bleiv eg eisini biðin at seta tekstir. Eg minnist, at bøkurnar hjá Símun Hansen vóru fyri tá og blaðið Norðlýsið sjálvandi.
Oliver limurí prentarafelagnumMen hetta var ikki bara sum at siga tað, tí her kom Prentarafelagið upp í myndina. Eftir tógvi stríð fekk Jógvan Gardar skipað so fyri, at eg kundi fáa ein serligan limaskap í prentarafelagnum, sum gav mær loyvi at seta, men bert á offset maskinuna.
Í 74 kom tó broyting í. Evald Kjølbro vildi sleppa burturúr øllum, og Jógvan Gardar keypti sum sagt Klaksvíkar Prentsmiðju, men Jógvan vildi ikki hava nakað við blaðútgávuna at gera. Hann vildi gjarna prenta blaðið, men einki annað, tí hann helt, at prentsmiðjan skuldi halda seg til prenting. Hetta var eisni ein væl útbygd prentsmiðja við øllum nýmótans prentsmiðjuamboðum, og prentsmiðjan var fyrst og fremst útgjørd til at prenta bøkur og prentlutir. Har arbeiddu tá umframt Jógvan, Einherji Olsen, Hjørleif Samuelsen, sáli, og Dánial Michaelsen, sáli.
Vit báðir Eigil fóru so sum sagt undir hesa blaðútgávuna júst nú fyri 40 árum síðani.
Tað gekk í stórum soleiðis fyri seg, at vit fyrst ígjøgnum vikuna skrivaðu allar greinar, ið seinni skuldu setast. Eg sjálvur skrivaði fyrst alt mítt á maskinu og Eigil skrivaði sum oftast sítt við hond. Myndir tóku vit eisini.
SetinginSo høvdu vit avtalu við prentsmiðjuna, at vit kundu sleppa inn seint seinnapartar ella um kvøldarnar at ”seta” tekstirnar. Onki var digitalt tá, nei, tað sum eg sjálvur hevði skrivað við maskin fyrr í vikuni, skuldi nú ”tøppast” inn á offset fotosetaran. Hvussu tað gekk fyri seg skal eg ikki koma inn á her nú, men tað var als ikki bara sum at siga tað, kanska helst tí, at tú ongantíð sást veruliga teks
tin fyrr enn tú vart liðugur at seta greinina, og tá kundi væl henda at alt var skeivt, tí tú kanska hevði valt
skeiva linjulongd, skeivan linjuavstand, skeivar bókstavir ella skeiv ”units”, sum tað kallaðist.
Rættlesing og rættingÍmeðan eg sat og setti, so sat Eigil og rættlæs satsin,
um hann fann ein feil, so skuldi eg seta linjuna har feilurin var í umaftur, síðani klippa við saksi linju
40 ÁR VIÐ NORÐLÝSINUM
Oliver til arbeiðis í køkinum
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið eitt av hjartamálinum hjá Norðlýsinum
Eigil ger samrøðu
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 7
na til og til seinast klistra hana útyvir hina linjuna í tekstinum. Ja, ja, tað var roksut. Ikki nóg mikið við tí, tí tá eg var liðugur at seta, hetta var fotosatsur, tað vil siga, at teksturin var á ljósviðkvomum fotopappíri, so skuldi eg koyra ljóstøttu kasettuna við satsinum í framkallimaskinuna og framkalla satsin fyrst, áðrenn Eigil fekk hann til rættlestur. Eisini mátti ansast eftir, at satsurin ikki bleiv ov gamal, tí so gulnaði hann og tað sást aftur í prentinum.
MyndaarbeiðiðHetta var so nakað av tí við tekstinum. Tá vit vóru lidnir, so arbeiddu teir á prentsmiðjuni við at klistra upp síðurnar og at seta myndir í. Tað við myndum var eisini trupult, tí tá eg hevði tikið eina mynd, so skuldi eg oman til Eiler Rasmussen, sála, sum var fotografur. Fyrst framkallaði hann filmin, so eitt pappírskopi av myndini. Síðani
fór eg niðan á prentsmiðjuna, har Jógvan Gardar fór inn í myrkakamarið at gera myndina klára til prentingar. Myndin skuldi fyrst í eitt reprokamera, har rastir vóru lagdar í myndina, og síðani ein filmur tikin av myndini, so skuldi filmurin framkallast og harnæst eitt nýtt papírskopi takast, tí nýggja myndin hevði rastir, soleiðis, at hon kundi klippast til og klistrast á papírsmontaguna við síðuna ella í tekstin.
So gjørdu teir film av síðunum, síðani prentplátur av filmunum. Prentpláturnar vóru spentar í maskinuna, og blaðið bleiv prentað.
Børn og konur falsaðuMen hetta var ein sokallað arkpressa. Ørkini vóru somikið stór, at prentast kundu tvær síður í senn, so kundi arkið vendast, og tvær síður prentast á baksíðuna á arkinum. Vit plagdu tá at prenta eini 1500 bløð. Um blaðið var 16 síður, ja, so lógu 6000 ørk á prentsmið
juni og bíðaðu eftir okkum, tá liðugt var at prenta, tí tey ørkini skuldu øll bukkast, ella falsast, sum tað eitur á fakmálinum, og so leggjast inní hvørt annað.
Hetta arbeiðið gjørdu vit so heima við hús hjá okkum. Tá hjálptu øll til, konurnar, grannarnir og børnini, tí tað var altso ikki løtuverk at pakka alt hetta og at fáa tað klárt til posthúsið at bera út.
Arbeiddu nátt og dagUm eg hyggið aftur á tíðina, so kann eg ikki annað enn undrast. Eg haldi, at vit báðir Eigil arbeiddu nátt og dag at kalla. Í hvussu so er var onki kvøld og onki vikusskifti, at vit ikki høvdu eitthvørt á skránni. Men vit dugdu kanska væl at fáa øll rundan um okkum at síggja meining í hesum og at trúgva uppá, at Norðlýsið ger mun fyri okkara lokalsamfelag.
Fyrsta byrjanin hjá okkum vardi tó ikki so leingi. Tá vit høvdu givið blaðið út
í eina tíð, kom steðgur í og eitt skiftið í 1975 vóru tað HF næmingar, ið tóku um endan. Men tað vardi eisini stutt, til vit aftur tóku um endan í 1976, men tað er ein onnur søga, sum vit koma til seinni.
100 ár í komandi áriTó, 4. Oktober í ár, Jóhan Húshamar hevði havt
føðingardag hendan dagin um hann hevði livað, eru altso 40 ár síðani undirritaði saman við Eigil Hentze tóku við ábyrgdini av Norðlýsinum.
Á vári í 1915 kom Norðlýsið út á fyrsta sinni við Símun Petur Zachariassen sum blaðstjóra. Tað vil siga at blaðið fyllir 100 ár í komandi ári og vit kunnu
lova lesarunum longu nú, at hesin dagurin fer ikki bara aftur við borðinum – nærri um tað til tað tíð.
Oliver Joensen,blaðstjóri
Hilda og Børge í einum sjónleiki hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Norðlýsið royndi at
fylgja Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Útróður og fiskivinna hava verið høgt í metum- Her Erik Hansen við knallertlínuspælinum ið hann mennti
Norðoyastevnan fær altíð rúmd í Norðlýsinum - her Líggjas Vágslíð, sáli, á fólkalívs-
framsýning á Norðoyastevnu
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20148
Baksíðan av fyrsta blaðið vit góvu út 4. oktober fyri 40 árum síðani. Ein broyting var m.a. at tjúkku strikunar vóru reyðar, frammanundan hevði ikki verði vanligt at brúka litir
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 9
1. oktober 2014 kemur nýggjur sáttmáli í gildi, sum gevur sjúklingum tilskot til tann-læknaviðgerð.
Sáttmálin leggur størri dent á fyribyrgjandi viðgerðir, við tað at øll undir 23 ár nú fáa fult tilskot til kanningar.
Hetta er framhald av tí
arbeiði at Tannlæknafelagið hevur samrátt seg til at tey 1617 ára gomlu nú eisini verða við í barnatannrøktina frá 1. januar 2015.
Tannlæknafelagið vísir á, at um tenninar eru í góðum standi á ungum árum, so halda tær seg væl betri tá ein eldist.
Hetta er eitt stórt stig móti betri tannheilsu.
Tannheilsan í Føroyum er betra nógv seinastu 1015 árini og nýggi sáttmálin fyri børn, ung og vaksin vísir, at vit framhaldandi ynskja at tannheilsan skal betrast í enn størri mun.
Tannlæknafelagið
fegnast um samstarvið við Heilsutrygd og ynskir framhaldandi at samstarvast fyri betri tannheilsu í Føroyum.
Týsdagin 30. sept.2014 fekk Óluva Klettskarð, for-kvinna í Trivnaðar-nevndini Eldri & Bústaðir, handað álit frá fakbólki um skipan av eldraøkinum í Norðoyggjum, nú kommunurnar í Norðoyggjum á nýggjárinum yvir-taka hetta máls-økið frá landinum.
Nú Føroya Løgting hevur samtykt, at kommunurnar skulu yvirtaka ábyrgd og umsiting av eldraøkinum pr. 1. januar 2015, hava kommunurnar í Norðoyggjum seinastu tíðina samskift um, hvussu samstarvið innan eldraøkið í Norðoyggjum best verður skipað.
Niðurstøðan gjørdist, at allar kommunurnar í Norðoyggjum hava skipað seg í eitt javnbjóðis samstarv, har tær í felag útinna hesa ábyrgd samsvarandi
lóggávuni. Samstarvið hevur fingið
navnið “Norðoya Bú og Heimatænasta”, stytt NBH, sum verður stjórnað av einum stýri við umboðum fyri allar kommunur. Kommunurnar bera útreiðslurnar av samstarvinum lutfalsliga eftir talinum av borgarum, sum eru 67 ár og eldri.
Sum ein liður í hesum fyrireikingum setti Klaksvíkar Býráð, eftir tilmæli frá Trivnaðar nevndini Eldri & Bústaðir, Súsonnu
Olsen sum verkætlanarleiðara til – í samstarvi við viðkomandi partar – at lýsa eldraøkið í Norðoyggjum fíggjarliga, tørvsliga og bygnaðar liga og við støði í hesum at samskipa arbeiðið at gera eitt tilmæli um skipan av eldratænastuni í Norðoyggjum.
Víðari tók Trivnaðarnevndin Eldri & Bústaðir stig til at seta ein fakligan fylgibólk at gera eitt tilmæli, sum kann verða byrjanin til arbeiði at evna til ein eldrapolitikk í
Norðoyggjum. Súsanna Olsen var samskipari og skrivari hjá arbeiðsbólkinum.
Arbeiðsbólkurin fekkniðanfyri standandi arbeiðssetning:Sum longst í egnum heimi *Hvussu mælir fakligi fylgibólkurin til, at eldraøkið best verður skipað í tráð við yvirskipaða málið sambært galdandi lóggávu á økinum? *Hvørjar tænastur og tilboð skulu verða bjóðað borgarunum? *Hvussu skipa vit eldratænasturnar ski
labest? *Hvussu gagnnýta vit verandi tilfeingi best møguliga?
Arbeiðsbólkurin varð mannaður við hesum fólkum: *Merry Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur, virkandi økisleiðari, *Elsba Lützen, sjúkrarøktarfrøðingur, *Turið Zachariasen, sjúkrarøktarfrøðingur, *Hedevig Matras, fysioterapeutur, *Malan Steinhólm, ergoterapeutur, *Olanta Norðbú, heilsurøktari, *Annika Vilhelm, heilsuhjálpari, og *Súsanna
Olsen, verkætlanarleiðari
Álitið partur av víðari viðgerðini av málinumTýsdagin 30. september 2014 handaði Súsanna Olsen, vegna arbeiðsbólkin, álitið til Óluvu Klettskarð, forkvinnu í Trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir.
Í stuttari viðmerking sigur Óluva Klettskarð, at álitið nú verður lagt fyri Trivnaðarnevndina Eldri & Bústaðir til kunningar, og síðan verður tað latið stýrinum fyri Norðoya Bú og Heimatænastu, sum pr. 1. januar 2015 – vegna kommunurnar í Norðoyggjum – tekur við ábyrgd og umsiting av eldraøkinum í Norðoyggjum.
Tað er umráðandi, at allir fakbólkar verða hoyrdir í tilgongdini, har eitt so stórt mál verður flutt til kommunurnar, og eg síggi fram til, at hetta álitið verður partur av víðari viðgerðini av málinum.
Stýrið fyri Norðoya Bú og Heimatænastu hevur lýst eftir leiðara fyri samstarvið, og í næstum fer stýrið at seta starvið, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn & Ung, sum eisini er limur í stýrinum fyri Norðoya Bú og Heimatænastu.
FA K BÓLKUR H A NDAÐ Á LIT UM SK IPA N AV ELDR A Ø K INUM Í NORÐOYGGJUM
TA NNL ÆK N A FEL AGIÐ OG FÍGGJA RM Á L A-R ÁÐIÐ GJ Ø RT N ÝGGJA N S ÁT TM Á L A
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201410
sí www.treysti.fo
Ortopædiskur skómakari& bandagistur frá SHAVA
Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 KlaksvíkTlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • ks@ks.fo • www.ks.fo
K L A K S V Í K A R S J Ú K R A H Ú S
Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10 – 12.
Seinasta freist at biðja um tíð, er týsdagin 28. okt. 2014.
SAHVA.
verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 4. og 5. november 2014
amr.fo amr.fo
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 11
Fyri stuttum samtykti Klaksvíkar kommuna eitt uppskot um at gera eitt ungdómsráð fyri yngru borgararnar í Klaksvík. Í hesum sambandi hava vit spurt Jóhann Lützen, býráðslim og formann fyri Trivnaðarnevndina Børn og Ung, nærri um hetta.
Jóhan Lützen legði fram uppskot um at hava eitt ungdómsráð, og hetta varð einmælt samtykt í býráðnum. Jóhan fegnast um hetta, tí hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at tey ungu í Klaksvík sleppa framat. At skipa fyri einum ungdómsráði er ein góður møguleiki hjá teimum at vísa á, hvat tey vilja, og at
hoyra teirra hugsanir. Eitt ungdómsráð er eins og eitt vanligt býráð. 10 ungdómar fáa høvi at royna seg sum býráðspolitikarar í ein dag. Samstundis er hetta ein upplagdur møguleiki hjá ungum at læra um fól
karæði, um Klaksvíkar kommunu og um, hvussu avgerðir verða tiknar.
10. desember 2014 er ætlanin, at Ungdómsbýráðið skal setast. Val verður í fólkaskúlunum og í Ungdómshúsinum, ið skulu
velja tíggju næmingar úr framhaldsdeildini. Ungdómsráðið skal síðan avgera, hvørji mál tey eru áhugað í at viðgera.
Dagurin byrjar við, at tey ungu verða kunnað um nevndar og býráðsarbeiðið
í býráðshøllini. Tey skipa seg so í tvær nevndir, og málini fara í nevndir. Nevndarviðgerð fer fram fyrrapartin, og seinnapartin er býráðsfundur. Á nevndarfundinum verða nevndirnar skipaðar við formanni og
næstformanni, og tey ungu viðgera síðani málini, ið eru á skrá, og gera síðan tilmæli til býráðið. Á sjálvum býráðsfundinum seinnapartin verða framløgur av skrá og viðmerkingar til skránna, og hetta skal borgarstjórin taka sær av. Eftir hetta eru framløga, orðaskifti og atkvøða um tey einstøku málini. Tá liðugt er at atkvøða, fáa býráðspolitikararnir uppskotini, og er tað tá teirra uppgáva at seta tingini í verk, er møguleiki fyri tí.
Brynja, Katrin og Steinvør
Eitt tað besta við at fylla átjan var at fáa koyrikort. Síðani eg var fimtan, havi eg droymt um at sleppa at “sleisa”. Tað ringasta, eg visti, var at ganga forbí rønkuna og síggja øll tey “vaksnu” sita í bilunum og floyta og rópa. Eg var eitt sindur flov og ikki sørt øvundsjúk. Hetta var ein orsøk til, at eg vildi hava koyrikort – ongantíð ov skjótt.
Tað er leygarkvøld og klokkan er akkurát farin av tíggju. Eg koyri í rundkoyringini og blinki út á posthúsinum. Eg møti ikki nógvum bilum, onkur hendinga er til gongu. Rønkan er mest sum tóm, men eg veit, at um stutta tíð, eru
øll parkeringsplássini tikin. Eg koyri úteftir, nøkur fólk standa uttanfyri Pizza 67, eg heilsi og koyri víðari. Steðgi uttanfyri Kiosk Vár, fari at keypa mær okkurt leskiligt. Eg fari aftur ein biltúr, koyri út á Bumshamar, niðan undir Brúnna, niðan á Borðoyavík og síðani út á Oyrar at venda.
Áðrenn eg veit av, er klokkan blivin ellivu. Eg koyri inn í rønkuna og hopi, at onkur er komin. Jú, har eru komnir fleiri bilar. Eg parkeri við síðuna av onkrum, sum eg kenni, og tey hoppa upp í mín bil. So er tað ordiliga leygarkvøld, rønkan fyllist, og vit eru í góðum lag. Vit sita í fleiri tímar og práta og flenna og
hava tað stuttligt. Hví eitur hetta rønkan,
spyrt tú sikkurt. Jú, tað skal eg siga tær. Í eini rønku verður ein persónur gjøgnumlýstur, og tað er júst
tað, sum hendir, tá vit sita her í bilinum. Hvørt einasta menniskja, sum gongur framvið, verður hugt at og viðgjørt. Hvør er hasin, hevur hann damu? Hygg
handan gentan har, er hon ikki fitnað? Oh my hasin er lekkur. Soleiðis gongur prátið, vit hugna okkum, fjasa, og við eitt er klokkan so nógv, at tíð er at fara til
hús. Í morgin er aftur ein dagur – sunnudagur, og tá er rønkan eisini opin.
Rakul
R Ø NK AN
POLITIK ARI Í EIN DAG
Fjarnám er ein fjarlestrardepil, ið heldur til í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro saman við Íverksetarahúsinum.
Á Fjarnám hevur tú møguleika at fáa vegleiðing til
lestur, og tú kanst sita inni í hugnaligum hølum sjálv/ur ella saman við øðrum í lesibólki. Tænastan er ókeypis fyri øll í Klaksvíkar kommunu. Fjarnám er til tín, sum vilt lesa í tínum egna býi, men ikki tímir ella hevur møguleika at fara av landinum ella til Havnar.
Sølvi Símunarson stendur á odda fyri hesum, og hann hjálpir tær at fin
na tína útbúgving og við øðrum, ið hevur við lestur at gera.
Ert tú lesandi og tørvar tær eitt stað at sita og arbeiða, so fært tú lykil, og tú fært pláss og frið til at gera skúlating og annað, tá tú hevur hug.
Rakul
FJARNÁM
Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201412
Atlantisliggur mitt í býðnum. Nú er tað nokk mest kent sum biografur og men-tunarhús. Fyrr var eisini sjónleikur har. Nú verur húsið mest brúkt til biograf sýningar. Til tíðir eru konsertir og fyrilestrar har eisni. Bæði salur og foierur eru sera snotuslig hølið og gera at man følir seg eyka væl til pass tá ið man er har.
Caféin í FkVit vóru eisini framvið í Fk-handlinum, sum eisini hevur ein hugnaligan café krók. Her er møguligt at keypa kaffi og aðrar heitar drykkir, umframt bakarívørur, sum eru forbakaðar og verða innfluttar. Eisini fær man sandwich, pylsur ella hotdogs. Caféin hevur eina hugnaliga útsigt yvir bátabrúgvarnar og út á vágna. Hølið sjálvt er ljóst, og um jólini plagar tað at vera pyntað, so tað gerst enn hugnaligari at sita har. Cafein í fk hevur serliga nógv at gera, tá ferðamannaskip eru og vitja. Eisini eru nógv fólk á gátt, tá Summarfestivalurin er, og tá Norðoyastevna og Sjóðmannadagarnir eru. Her vitja allir aldursbólkar.
KlingranVit komu inn í Klingruna tíðliga um mor-gun at vita, hvat Jórun hevði at fortelja okkum um Klingruna. Sjálvar halda vit, at hølið er sera snøgt og væl uppsett. Møblarnir eru nýggir og rigga bara heilt væl til handilin. Bakaríið sjálvt opnaði í 2004, men handilin, sum verður nevndur “Klingran”, opnaði í 2006. Sigast kann, at tað eru allir aldursbólkar, ið vitja har uppi: lesandi, barnagarðar, bindiklubbar, frem-mand o.s.fr. Klingran hevur hvønn dag morgunmat og døgurðamat, og fríggja-dag er buffé. Tað er eisini nógv at gera, tá ið ferðamannaskip vitja í Klaksvík.Eisini hevur Klingran havt onkur tiltøk, so sum livandi tónleik og tiltøk til vælgeran-di endamál. Og nú herfyri var ein kaku-kapping.
MaverickMaverick er ein sjarmerandi og hugnalig barr, ella pub, sum onkur vil kalla tað. Hon lig-gur mitt í Klaksvík, beint við Kí-vøllin. Barrin hevur ein sokallaðan cowboystíl. Sjálv bar-rin er í niðaru hæddini, og har er møguleiki at hyggja eftir fótbóltsdystum og at spæla Gekk, tá hann er. Á ovaru hæddini eru borð og beinkir og ein stórskýggi, har møguleiki er at singja karoke. Livetónleikur er eisini til tíðir á ovaru hæddini og sigast kann, at har er mangan skeg og hugnaligt at sita. Maverick hevur opið frá 18:00 til 00:00 mitt í viku og frá 18:00 til 04:00 fríggja- og leygardag. Og hava opið frá kl 13:00 til upphiting, tá dystur er á vøllinum.
Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiði
2.pKlaksvíkar HF-skeið
SpaniastovaÚti í Klaksvíksgarðinum standa tey, stór og prýðilig hús, tey el-stu í býnum og bygt í einahan-dilstíðini í 1838. Ein hugnaligur handil selur bøkur, fløgur o.a. Ein annar partur er fornminnis-savn. Og so er tað Spaniastova, har alt møguligt hendir. Kon-sertir, sjónleikir og fyrilestrar og eisini veitslur, føðingardagar og aðrir hátíðardagar vera hildnir her. Útvarpssendingar sendar, og enntá Mentanarvirðisløn- og heiðursgáva landsins hevur verið handað her. Tær mongu framúr dygdargóðu konsertirnar í helst hugnali-gastu hølunum í landinum er nakað heilt serligt. Fólk frá nær og fjar vitja, og tey ungu teljast alsamt fleiri í millum áhoyrarar-nar. Har er fjálgt og gott at vera, og man hevur enntá hug at siga, at man fer eitt sindur aftur í tíðina, tá ið man er inni har, tí at húsini og hølið eru so gomul og so hugnalig.
1.
2. 3.
5.4.
Dávavirkið -har tónleikarar møtastDávavirkið hevur átta rúm, har tónleikarar kunnu leiga seg inn. Hølini hava gott ljóð og eru sera praktisk, eisini hava tónleikaskúlin og kvøldskúlar un-dirvísing har. Man hevur møguleika til at leiga sær ein lykil til eitt hølið og atgongd til eitt skáp at goyma sína útgerð í. Fleiri leiga sama rúm, og tískild skrivar tú teg á eitt skema. Inni í teimum størri rúmunum eru ymsik ljóðfø-ri, so tónleikarin noyðist ikki at taka alt við. Ein góður og týdningamikil vinnu- og mentunarbygningur fyri ungar, sum eldri tónleikarar. ’’Sera væl umtøkt’’ og ’’framúr umstøður’’ eru orð, ið lýsa Dávavirkið í Klaskvík.Um meir upplýsing ynskist, kunnu tit ringa á 285880 ella vitja heimasíðuna á www.davavirkid.com.
Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.
10.
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 13
Jacqson Hetta er tað nýggja staðið í Klaksvíkini. Tað er ein hugnalig café/barr. Tað liggur miðskeiðis í býnum. Tey servera ymiskt til matna, so sum Jacqson Burgara, panini og annað gott. Eisini servera tey heitar og kaldar drykkir. Í vikuskiftinum er livetónle-ikur, tá vitja nógv ung fólk, men eisini fólk í øllum aldri. Sigast kann um hølið, at tað er sera snotuligt og spesielt. Ein blandingur av gomlum og nýggjum, við øðrum orðum eitt listaverk!
CarthagesteakCarthage er ein nýggj matstova í Klaksvík, sum júst hevur latið upp úti á Stoksoyravegi 5. Vit koma inn í eitt sera hugnaligt og lítið hølið við dekkaðum borðum, hvítum dúkum og við sera góðari service. Her fáast góðir búffar, eins og pitsa. Maturin er sera góður, og eisini er møguligt at keypa okkurt drekkandi. Til ber eisini at fáa mat við út av húsinum, og vit frætta, at nógv ung keypa tær vælumtóktu pitsurnar her!Sjálvt um hettar er eitt nýtt konsept her í Klaksvík, so er matstovan longu væl vitjað.
FríðaAt koma inn á gólvið hja Fríðu er ein søga í sær sjálvum. At síggja at stólar eru gjørdir úr føroyskun bundnum mynstri og ull, borðprýði úr nattúruni og ikki at siga serliga tey mongu kaffe- og tesløgini saman við fjølbroyttu matskránni er eitt upplivilsi. Sera nakað serligt í Klaksvík er møguleiki at sita úti á terassuni og njóta útsýnið yvir vágna.Navnið “Fríða” kemst av Royndini Fríu, ið var bá-turin hjá Nólsoyar Páll, og heim og neyst hansara lá eisini í grannalagnum. Haðani stavar søgan og stílurin hjá Fríðu frá.“Fríða” hevur sett í starv ungt og smílandi starvs-fólk, og tað verur gingið høgt uppí, at toymið er so gott sum møguligt, og at starvsfólki livur upp til konseptið. Her fæst góður og øðrvísi matur, altíð nýgjørdur, bæði køkur og lættari máltíðir.
RoykstovanRoykstovan er meiri ein barr enn ein matstova, men tó er eisini møguleiki at keypa ymiskt til matna. Hon er kend í Klaksvík, elsta skeinkistaðið, og hon livir væl upp til sítt image sum barr. Her koma bæði ung og eldri á gátt hvønn dag. Hvørt hóskvøld frá kl. 21-22 er ringling, og tá eru tað nógv ung, ið hyggja inn.Hvørt fríggjakvøld er tað væl umtókta pubquiz, sum er vorðið rættiliga populert. Leygarkvøld hava tey ofta livandi tónleik á skránni. Roykstovan er eisini ógvuliga kend fyri at vísa allar fótbóltdystirnar, ið eru, og tá eru tað mong fótbóltsáhugað og hyggja.
Vit fimm settu okkum fyri at hyggja inn í so nógv støð, sum stundir vórðu til henda seinnapart. Eitt prát við fólkið handan diskin ella eigaran, og hesar upplivingar fingu vit aftur við okkum.Jórun, Sylvia, Eliana, Erla og Marianna
Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiði
BussarnirBussarnir er tað nýggjasta konseptið í Klaksvík, og bussarnir hava nú koyrt í ein góðan mánað. Teir verða sera nógv brúktir, og bussarnir eru næstan fullir hvønn túr, serliga um morgnarnar, tá skúlabørnini skulu í skúla. Og eisini seinni út á dagin, tá ymisk tiltøk eru í býnum. Annars er tað eisini tann eldri aldursbólkurin, ið koyrir við bussunum. Tað er sera stuttligt at síggja, at fólk samlast við bussstøðini, eins og í útlondum.
6.
7. 8. 9.
1.
2.
3.4.
5.
6.
7.
8.
9.
Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.
10.
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201414
”Okkara upp-gáva er at fylla karmarnar við tiltøkum fyri tey ungu.”
Vit gjørdu m.a. samrøðu við Jógvan Andreas Joensen, leiðara í Húsinum. Hann hevur verið leiðari síðani Oktober 2010 og starvaðist áður sum ungdómsráðgevi í Noregi.
Húsið er í trimum hæddum, høvuðsparturin av aktivitetunum er á stovuhæddini, har tað kunnu vera upp í 80 ung til konsertir og tílíkt. Ítrivsrúm eru á miðhæddini, sum t.d. málirúm, fifarúm og studio. Loftið er ikki innrættað enn, men ynskiligt er at fáa pláss innrættað til billiard borð og borðtennis. Soleiðis at man í framtíðini fær rúmað enn fleiri ungum.
Hvat er endamálið við Húsinum, og hvat gera tit fyri at røkka endamáli-
num?Húsið er fyri børnum og ungum í aldrinum 10 til 18 ár. Tað opnar hvønn dag kl. 14.30 fyri børnum úr triðja til sjeynda flokk, og síðani koma tey eldru, frá sjeynda flokki til 18 ára aldur, klokkan 19.30 til 22.30. Í vikuskiftunum er tó longri opið, fríggjadag til klokkan 00 og leygardag til klokkan 01.
Kommunan hevur samtykt at upprætta eitt ungdómsbýráð, har tvey umboð verða vald úr Húsinum og átta frá skúlunum (Ziskatrøð og Ósaskúlanum). Hetta kann verða eitt talurør fyri tey ungu. Nógv at teinum vita ikki, hvussu fólkaræðið í Føroyum fungerar. Ungdómsbýráðið kann vera við til at læra tey ungu um fólkaræði og politikk.
Síggja tit ein vøkstur í, hvussu nógv nýta Húsið ?Húsið læt fyrstu ferð upp í 2006, og hevur verið støðugt vitjað síðani. Húsið roynir at røkka teimum ungu, sum ikki nýta ágóðan av teimum ítrivum, frítíðarfeløgini í kommununi bjóða. Eisini er Húsið ein trygd hjá foreldrum, at børn teirra eru savnað á einum
stað eftir skúlatíð, ístaðin fyri at ganga og mala í býnum. Nøkur ganga dagliga her, onnur koma, tá ið konsertir og onnur tiltøk eru.
Vit leggja væl til merkis, um er ein stórur føðingardagur er, tí tá eru ikki nógv ung, ið møta tann dagin, og hetta er tekin um gott
samanhald.
Hvørji tiltøk hava tit at bjóða teimum ungu?Okkara uppgáva er at fylla karmarnar við tiltøkum fyri tey ungu. Ymiskt er, hvørjum tey hava áhuga fyri, og hvørjum tørvur er á, og tað mugu vit eisini fy
rihalda okkum til. Møguleiki er fyri at læra at binda, tekna, mála, perla, smíða og ymiskt annað hondarbeiði. Eisini hevur Húsið egna kiosk, har tey ungu kunnu keypa sær okkurt søtt. Tó kundi verið ynskiligt at møguleiki var fyri at bjóða børnunum eina lætta millummáltíð.
Tey eldru ynskja í stóran mun bert at hava frið, njóta samveruna við hvønn annan, spæla fifa, hyggja at filmi og práta. Tey ynskja eisini, at ymiskt annað skal henda. Tey skipa fyri konsertum áleið annan hvønn mánað, og tá ið pengar og umstøður eru til tess, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. T.d. vitjanir til onnur ungdómshús í Føroyum og fótbóltsdystir. Um áhugi er fyri tí, verður skipað fyri pyjamasparty fyri gentum ella telducafé
fyri dreingjum, har tey bíleggja pitsa og yvirnátta í Húsinum. Foreldur stuðla við køkum, bollum o.ø. Hetta gevur starvsfólkum og foreldrum møguleika fyri góðum samstarvi.
Hvussu nógv fólk starvast í húsinum?Her starvast fýra fólk dagliga, og eitt vaskifólk. Tvey arbeiða 25 tímar um vikuna og tvey 30 tímar um vikuna. Vit hava lagt okkum eftir at hava tvey starvsfólk, sum eru konufólk, og hetta hevur gjørt tað, at talið av gentum, ið vitja Húsið, er økt. Stórur dentur verður lagdur á, at starvsfólkið hevur ymiskar førleikar.
Vit høvdu eina sam-røðu við tveir 16 ára gamlir dreingir, Samuel Gunnar-stein og BjørnThomassen, ið javnan ganga í Húsinum.
Teir spæla við einum bólki, ið kallast TNT, eisini nevndur Húsbólkurin. Teimum dáma sera væl at halda til í Húsinum, eru har næstan hvønn dag, har teir spæla Fifa og hyggja at fótbólti, spæla tónleik, baka hvønn hósdag, og annað sosialt virksemi. Teimum dáma serliga væl tað góða
samanhaldi, ið er har. Teir siga, at um nýggj ung, ið ikki ganga har dagliga, koma á gátt, so gongur ikki long tíð, áðrenn tey eru komin at kenna øll. Soleiðis kann ein siga, at tað sosiala er í hásæti, øll kenna seg vælkomnan. Leygarkvøld er filmkvøld, her sleppa tey ungu at velja
ein film, ið tey hava hug at síggja. Her er max hugni saman. Teir báðir kundu gott hugsað sær at arbeitt har eftir loknan lestur.
”HÚSIД EIT T TILBOÐ TIL TE Y UNGUHúsið er komunalt fíggjað við eina árliga játtan uppá 1,5 mió krónur, har ein stórur partur fer til lønir og fastar útreiðslur.Baking er hvørt hóskvøld, eisini eru ymisk onnur tiltøk so sum filosoficafé og kognitiv menning.
” TA Ð SOSI A L A ER Í H ÁSÆ TI”
Skriva: Eileen, Fanný G., Fanný S og Marta Maria
Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 15
Jákup Eysturdal er 17 ára gamal. Hann elskar alt tað, ið hevur við náttúruna at gera. Áhugan fyri at liva tætt við náttúruni kann hann takka pápa og abba sínum, ið so dúgliga hava tikið og hildið honum til frá barni av.
Hóast sín unga aldur hevur Jákup roynt mangt og hvat. Sín fyrsta túr gjørdi hann við Ågot í páskaferiuni, tá ið hann gekk í 8. flokki. Eftir lokið 9 floksprógv fór hann somu summarferiu til skips við Safir. Tá summarferian var av, fór hann á Sjóvinnuskúla í 7 mánaðir. Nú roynir Jákup at fáa sær siglingstíð, so hann ein dag kann gerast skipari og seinni skipsførari. Hann hevur roynt við línu, gørnum og troli.
Saman við abba sínum hann veðrar og seyð, og teir eiga bæði gæs og dunnur. Sjálvur passar hann kríatúrini , tá hann er heima. Tá ið vit ringdu til hansara at gera samrøðuna, skuldi hann dagin eftir í feitilendi Herjaskorð eftir veðrum. Hann gleddi seg ómetaliga nóg til at síggja veðrin hjá sær aftur. Jákup elskar at hanga í leysari luft í bjørgunum, tá egg skulu takst. At fleyga
fugl dámar honum sera væl eisini.Á floti dámar honum eisini væl.
Hann hevur nevniliga keypt sær ein gamlan skrokk frá 1979 –ein ” Kaldbaksbát”. Abbin hevur hjálpt honum at sett nýggjan motor í, og teir hava eisini gjørt eitt nýtt hús og so at siga skift alt út. So nú kann Jákup, altíð tá hann hevur tíð, loysa frá landi, og fara út á fjørðin at fáa sær eitt kók, ella at fleyga havhest um tað skal vera.
Umframt sjómanslívið og náttúruna hevur Jákup áhuga fyri føroyskum dansi. Ítróttur hevur ikki hansara áhuga longur, tó hann svam sum yngri. Hann byrjaði sum 3 ára gamal í Ægir, og hann vann eisini nakrar medaljur, men tá hann var 12 ár gavst hann. Í løtuni er Jákup við Svartafossi, teir rigga trolið nú til at fara eftir botnfiski ein av komandi døgum
Jákup gongur ikki nógv í býnum, tað sigur honum ikki stórvegis. Hann heldur ikki, at tað er nógv lív í Klaksvík um kvøldarnar, tað hevur teldan skyldina í, sigur hann.
Páll Andrasson Klettskarð er 24 ára gamal, føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur búð í Ha-raldssundi, Tórshavn og í Keyp-mannahavn.Páll er ein av Føroya bestu fót-bóltsspælarum. Eftir loknan fól-kaskúla flutti Páll til Danmarkar, har hann búði frá 2007-2010. Hann fór niður saman við tveimum øðrum í sama aldri at spæla við einum donskum felag, sum klaks-víkingurin, Todi Jónsson, stóð á odda fyri úti á Amager. Páll tók samstundis miðnámsútbúgving á Ørestad. Í hesum sambandi spur-du vit hann, hví hann flutti heim aftur, og segði hann: at hann kom í ta óhepnu støðu, at felagið, hann leikti fyri, fór á húsagang, og flutti hann tí heim aftur til Føroyar. Páll hevur ymisk fríðtíðarítriv, so sum tónleik, har hann spælir cor-nett við Klaksvíkar hornorkestri. Honum dámar eisini væl at ferðast og vera saman við vinfólki, men serliga er tað fótbólturin, sum fer
við nógvari tíð í gerandisdegnum og í vikuskiftunum. Men nú tað stundar móti heysti, so dámar honum væl at fara á fjall, fletta og takast við seyð. Páll er í løtuni í læru sum timburmaður, har hann arbeiðir hjá Kanjon í Klaksvík. Um býarlívið í Klaksvík, sigur Páll, at hann heldur at tað er fínt, sum tað er nú, og serliga tað, at tað koma fleiri nýggj støð, sole-iðis at ein hevur fleiri møguleikar at velja ímillum. Hóast hann hevur livað í stórbýnum í Keypmanna-havn tey góðu ungdómsárini frá 17 til 20 ára aldur, so heldur hann, at sum nú er, er nóg mikið at fara til í Klaksvík. Men sum virkin ítrót-tarmaður ber ikki til at ganga í bý-num, tí ítróttin krevur, tú ert opti-malt fyri.
Næmingar frá Klaksvíkar HF skeiði skriva:
Bóltsnillingurin
Páll Andrasson Klettskarð Jákup Eysturdal
Hergerð, Joan, Lydia og Óluva
& fiskiklógvin
Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201416
Tað verður talan um san-nan ’’gysara’’ í Klaksvík leygar-dagin, tá KÍ og HB bresta saman í 1.de-ild hjá mon-num. Taparin flytur niður.
Jákup Ósá
KÍ hevur seinastu trý árini havt lið í bestu og næstbestu deildini. Í ár hevur liðið havt tað sera trupult og í fyrru hálvu gekk illa at fáa stig. Eftir 13 umfør hevði liðið bara 7 stig. Eftir 18 umfør hevði liðið 12 stig. Men síðani er vend komin í og seinastu 8 dystirnir hava givið 14 stig. Tær báðar seinastu vikurnar hevur liðið spælt sannførandi móti bestu liðunum hjá FC Suðuroy og 07Vestur, har KÍ fekk 4 stig og kanska útfrá leikgongdini skuldi havt
fingið øll 6 stigini.
Taparin flytur niðurLeygardagin kemur HB á vitjan í Klaksvík og teirra gongd í ár minnir nógv um hana hjá KÍ. HB hevði tað sera trupult alla fyrru hálvu og liðið hevur fyri tað mesta ligið undir strikuni. Seinastu tíðina hevur gingið væl og nú er HB nummar
8. Munurin niður til KÍ er bara 3 stig og tá KÍ hevur betri málmun, so verður alt avgjørt leygardagin. Taparin av dystinum flytur niður í triðbestu deildina, meðan HB klárar seg við javnleiki.
Ungar manningarBæði KÍ og HB hava ungar manningar í 1.deild. Tað ræður fyrst og fremst
um at menna leikarar. Hjá HB var tað seinasta dyst 7 av teimum fyrstu 11 leikarar, sum hava aldur til at spæla við U18. Hjá KÍ liggur miðalaldurin á umleið 19,5 ár. Tað skal eisini havast í huga, at leikarar sum eru føddir í 1993 ella seinni hava loyvið at spæla við bæði Effodeildini og 1.deild sama vikuskiftið. Tað
merkir, at hjá HB hava leikarar sum Tróndur Jensen og René S. Joensen spælt við 1.deild seinastu tíðina, meðan Tórur Justesen hevur spælt nakrar dystir við KÍ, har aðrir ’’royndir’’ leikarar sum Gunnar Christiansen og Oddmar Marsten eisini hava spælt seinastu dystirnar. Tó kunnu skaðar og leikbann á besta liðnum
hjá báðum fáa ávirkan á, hvussu manningarnar vera leygardagin.
Avgerandi dysturin í Klaksvík byrjar leygardagin kl. 15.00.
1.DEILD: AVGERÐIN FELLIR LEYGARDAGIN
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 17
Leygarkvøldið spælir Team Klaksvík á heimavølli fyri fyrstu ferð hetta kapp-ingarárið.
Jákup Ósá
Seinasta sunnudag byrjaði landskappingin í hondbólti. Team Klaksvík spældi í Havn móti kanska størsta FM favorittunum Kyndil. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki bleiv klassamunur og tí vann Kyndil stórt. Endaliga úrslitið gjørdist 3218 til Kyndil. Hjá Team Klaksvík var Bogdan Florea toppskjútti við 6 málum. Hinir málskjúttarnir hjá Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard (3), Dusko Petrusic(3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Suni Johannesen (1), Jens Pauli Mohr (1), Leivur Petersen (1) og Sámal á T. Olsen (1).
Meistararnir á vitjanMen at Team Klaksvík vil vaska hetta tapið av sær er lítil ivi um. Og gjøgnum søguna hjá Team Klaksvík hevur tað sum oftast verið á heimavølli, at tey bestu úrslitini eru komin. Føroyameistararnir úr KÍF koma á vitjan leygarkvøldið, og tað er einasta liðið, sum Team Klaksvík í síni søgu ongantíð hevur vunnið ímóti í bestu deildini. KÍF verður ikki mett at hava heilt somu styrki sum í fjør, men er eitt av liðunum, sum væntast at
stríðast um finalu plássini. Sostatt verður spennandi at síggja, hvat Team Klaksvík kann gera móti KÍF í Klaksvíkar Badmintonhøll leygarkvøldið. Dysturin byrjar kl. 18.00.
TE AM KL AKSVÍK SPÆLIR F YRSTA HEIMADYSTIN
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201418
K L A KSV ÍK VA R IK K I F Y RI OK KUMTann 9. februar 2013 lat altjóða fyritøkan Vodafone upp deild úti í Víkunum, men nú einans hálvtannað ár seinri hevur leiðslan hála ”telefonstikkið” úr vegginum, deildarleiðarin farin úr starvi og handilin stongdur.
Tað vísti seg ikki verða gagnligt fyri okkum at hava deild í Klaksvík og hóast fleiri royndir seldu vit ikki meira enn um vit onga deild høvdu havt, og tí hava vit stongt handilin meðan vit umhugsað hvat rættast er at gera. Vit hava samstarva við Elding so fólk kann fara har fyri at fáa okkara vørur, men vit fara ikki at lata upp handil aftur, sigur Gudny Langaard stjóri í Vodafone.
7. apríl 2014 andaðist mamma 83 ára gomul. Lívið broyttist og verður ongantíð tað sama aftur.
Mamma var av tí slagnum, sum setti alt til síðis at passa húsið, mann og børn, og saman við babba megnaðu tey at geva okkum fýra systkjunum Gerhard, Elfin, mær og Eileen ein tryggan og góðan uppvøkstur, sum eg meti sera høgt. Hóast hon elskaði okkum øll fýra sera høgt, so var hon serliga eym um yngsta barnið Eileen, sum er menningartarnað. Hon búði leingi heima, men fyri kortum flutti hon í sambýli at búgva. Hóast tað var sera ringt hjá mammu at lata hana fara, so var hon ómetaliga takksom fyri, at Eileen trívist so sera væl, har hon nú býr.
Umframt fýra børn, so untist tað mammu at fáa 10 ommubørn og 10 langommubørn. Henni dámdi so sera væl, tá tey komu inn á gólvið.
Mamma var ættað úr Árnafirði men flutti haðani, tá hon var á 5 ára aldri. Longu tá misti hon mammu sína, Gertrud, sum hevði verið sjúk av tublerkum. Hetta setti sjálvandi síni spor. Abbi, Ísak Justinussen, var sjómaður og noyddist at fáa onnur at hjálpa sær við børnunum.
Mamma kom í húsið hjá abba sínum Jóhannes Matras (Jóhannes á Heygnum) á Stongunum í Klaksvík at
búgva, og tá mostir hennara Marit Matras giftist við Reinhold Jacobsen, búsettust tey í norðara enda í húsunum á Stongunum, og tey tóku mammu við sær og fostraðu hana upp saman við teimum trimum børnunum, tey seinni fingu. Mamma kom at hava tað sera gott hjá Marit og Reinhold. Hon kallaði tey bæði fyri mamma og babba, meðan hon kallaði Ísak fyri pápi.
Í Árnafirði átti mamma trý systkin Annu, Ingrid og Torleif, og í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær.
Í 1950 giftist mamma við babba, Jógvani Tróndheim, sum var ættaður úr Leirvík, men vaks upp á Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen. Tey vuksu upp í sama grannalag og vóru ung, tá tey komu at kennast. Tey fingu eitt langt og gott hjúnalag, og man tað verða fáum unt at hava verið so nógv saman gjøgnum lívið, sum tey bæði hava verið. Tá tey giftust, gavst mamma at arbeiða, og um sama mundið fekk babba sær prentsmiðju í kjallaranum í heimi okkara, so hjá okkum børnum var altíð lætt at finna tey bæði.
Tað kemur mær fyri, at hóast mamma ikki tosaði so nógv um, at hon tíðliga misti mammu sína, so vildi hon ikki, at hennara børn skuldu sakna mammu sína. Hon legði alla orku í at vera um okkum. Tá vit komu heim úr skúla um trý tíðina, so var altíð drekkamuður klárur við heimabakaðum bollum ella onkrum øðrum góðum. Ikki so sjáldan hevði hon bakað pannukakur, og tað dámdi okkum sjálvandi so sera væl.
Mamma og babba komu at hava sítt andaliga heim í Samkomuni í Betesda í Klaksvík. Tey hava bæði tvey lagt orku í at vísa trúfesti í samkomuni og tóku okkum systkini við sær.
Mammu dámdi altíð væl at vera saman við fólki og fylgdi so sera væl við í, hvat fyrifórst rundanum hana. Hon visti um hvørt skip, ið kom til bygdina, og hvussu bátarnir fiskaðu. Hon fylgdi væl við í ítrótti. Ikki so sjáldan tá mann kom á gátt, so vóru fleiri lurtitól frá
við hvør sínari sendirás. Henni dámdi væl at práta og visti altíð okkurt at práta um. Seinastu árini hevur hon ikki verið nógv úti, men hon ernaðist upp, tá fólk kom á gátt.
Mann kann ikki siga, at mamma fekk eina langa sjúkralegu, men seinastu mánaðirnar viknaði hon meira og meira. Hóast hon orkaði ógvuliga lítið, so gavst hon tó ikki at liva og fylgdi framvegis væl við og hevði ætlanir um mangt og hvat. Í summar gleddi hon seg til at fara í brúdleyp hjá tveimum av ommubørnunum, men tað upplivdi hon tíverri ikki.
Mánadagin 7. apríl andaðist mamma heima í síni egnu stovu, meðan babba sat við hennara lið. Hóast hetta kom óvart á okkum, so haldi eg, at um hon sjálv skuldi avgjørt, hvussu hon skuldi fara, so var tað akkurát soleiðis, tað skuldi vera.
Hóast babba enn er í húsinum á Stongunum, so er tað ikki tað sama at koma inn á gólvið nú, sum tá mamma livdi. Tað er so friðarligt og tómligt.
Góði babba, eg veit, at tú saknar mammu ómetaligt, men sum tú hevur sagt fleiri ferðir, at hóast tit hava havt eitt langt og gott hjúnalag, so mátti tað einaferð enda, og tað gjørdi tað nú eftir 63 ár. Eins væl og mamma hevur verið tær góð kona, so hevur tú verið henni ein sera góður maður, og eg veit, at tú hóast alt ert glaður um, at tað var tú, sum bleiv einsamallur, og ikki hon.
Eg kann heilsa tær við Es. 46, 4: “Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum”.
Við hesum fáu orðum vil eg vísa mítt takksemi fyri, hvat mamma mín hevur verið fyri meg, fyri okkum systkini og okkara kæru.
Ærað verið minnið um mína elskaðu mammu.
Maria
MINNING ARORÐMÁSA TRÓNDHEIM
Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldi
3 oktHugnaløta í Christianskirkjuni kl.15.00
Hilda Viderø hugleiðir um Liberia
5 okt.Christianskirkjan kl.11.00 Lisbeth Solmunde Mi-
chelsen Talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónina
Árnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.Haraldssund kl.12.15 Hanus á Gørðum
12.oktChristianskirkjan kl.11.00 Konfirmatión Hanus á
Gørðum
16 oktFyrilestur í kirkjukjallarnum har Mary á Argjaboða
hevur fyrilestur um evni ”Samskifti í hjúnalaga-num
19 okt.Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 19
Kl. 19 týsdagin7. oktober í Skúlanum við Ósánna, fer fyrr-verandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurminningar – heilar 400 síður við nógv-um áhugaver-dum og livandi frásøgnum og myndum.
“Eg fór í NEMA og keypti eitt tól til at taka upp við, men í mínari verð riggaði tað ikki. Spolaði fram og spolaði aftur og annað – nei, tað gekk ikki. So lá leiðin í bókahandilin har eg keypti tvey tey fyrstu skriviheftini, 90 síður hvørt, gott og tjúkt pappír, og tve
ir góðar Parkerkúlupennar. So at skriva við mínum veika skriftmáli – skeivt og ófullfíggjað…..” skrivar Levi Joensen sum fyrrapar
tin kom inn á redaktiónina við bókini sum telur 400 blaðsíður og sum Leirkeri hevur endaliga rættlisið, skipað bókina, gjørt navna
skrá og greitt hana til prentingar.
Kl. 19:00 týsdagin 7. oktober í Skúlanum við Ósán
na, fer fyrrverandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurminningarnar og til høvi fer bólkurin VITIN at syngja.
LE V I JOENSEN GE V UR ÚT ENDURMINNING A R:LÍV MÍT T Á SJÓGVI OG L ANDI
AF TURL JÓÐ EF TIR HEÐIN K LEINÚrvaldar yrkingar 1969-2014
Afturljóðer eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væmingar og vaggandi gjálv, og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum. Afturljóð vísir, at tað bæði er ein samanhangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta sav
nið.Heðin Klein: Afturljóð.
Bárður Jákupsson gjørdi
permuna. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 182 bls. kr. 198
EDWA RD F UGL Ø & NIL S OHR TÍ LISTAS AV N FØ ROYATvey mikukvøld í oktober verður samrøða millum Edward Fuglø og Nils Ohrt um tey bíbilsku relieffini, sum listamaðurin hevur gjørt til Christianskirkjuna.
Mikukvøldið 1. oktober 2014 kl. 19.30verður greitt frá teimum fyrstu fimm relieffunum, frá ”Boðanini” til ”Jesu dóp”.
29. oktober verður greitt frá hinum fimm relieffunum, frá ”Jesus mettar 5000” til ”Himmalsferðina”.
Ókeypis atgongd.
Listasavn Føroya
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201420
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 21
Landsstýris-maðurin í heilsu-málaráðnum hevur í fíggjar-lógaruppskoti-num fyri 2015 sett pening av til at seta í verk mammografi-screening.
Ráðgevandi krabbameinsstýrisbólkurin ger tilmæli um hvussu tilboðið verður skipað.
Nú verður farið undir at fyrireika eitt landsfevnandi tilboð um screening fyri bróstkrabba til kvinnur í Føroyum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, sum varð lagt fram í dag, er játtan sett av til endamálið.
Tað verður Krabbameinsstýrisbólkurin, sum er ráðgevandi nevnd undir landsstýrismanninum í heilsumálum, ið skal gera tilmæli um hvussu tilboðið skal skipast. Flest øll okka
ra grannalond bjóða í dag screening fyri bróstkrabba til kvinnur, men ymiskt er hvørji fáa tilboðið og hvussu ofta.
Til dømis fevnir tilboðið í Danmark um kvinnur
í aldrinum 50 til 69 ár, meðan í Íslandi fáa kvinnur niður í 40 ár eisini tilboðið um røntgenkanning av bróstunum. Í báðum hesum londum fáa kvinnurnar í aldursbólkinum tilboð um
screening annaðhvørt ár, meðan tað í Bretlandi er triðja hvørt ár.
Eg haldi tað hevur týdning, at vit fáa fakfólk at greina og lýsa nærri hvussu tilboðið um mammo
grafiscreening skal skipast í Føroyum soleiðis, at tað gevur sum mest gagn fyri føroysku kvinnurnar. Málið er, at vit kunnu fara undir mammografiscreeningar skjótast gjørligt komandi ár, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Um mammografi-screeningMammografi er ein røntgenkanning, sum kann avdúkað um krabbamein er í bróstinum. Kanningin kann vísa broytingar í bróstinum, sum kvinnan ikki sjálv kann merkja við fingrunum. Mammografi kann í sjálvum sær ikki fyribyrgja at kvinnur fáa bróstkrabba, men kann staðfesta krabbamein tíðliga og harvið betra munandi um vánirnar at lekja sjúkuna.
MAMMOGRAFISCREENING VERÐUR SET T Í VERK
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at fleiri næmingar við serligum tørvi sku-lu fáa miðnáms-skúlatilboð aftaná fólkaskúlan. Den-tur verður í hesum sambandi lagdur á, at talan skal vera um heildartilboð, sum fata um bæði skúlatilboð og bú-
og stuðulstilboð.
Tí hava landsstýrisfólkini í ávikavist mentamálum og almannamálum, Bjørn Kalsø og Annika Olsen, gjørt av at skipa eitt miðvíst samstarv um hetta týðandi økið, har Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av skúlatilboðunum og Almannamálaráðið hevur ábyrgdina av bú og stuðulstilboðunum.
Rásin Rásin í Runavík er skúla og bútilboð til ung við menningartarni og er ein liður í tilgongdini at útvega fleiri heildartilboð at víðka um virksemið á Rásini, soleiðis at fleiri næmingar fáa tilboðið, og at skúlatilboðið verður styrkt. Málið er at taka næmingar inn á hvørjum ári.
MiðnámsskúlatilboðSamstundis, sum Rásin verður styrkt við, at Almannamálaráðið yvirtekur búpartin, styrkir Mentamálaráðið skúlatilboðið. Harafturat verða skúlatilboð skipað í samstarvi við miðnámskúlar, soleiðis at skúlagongdin eisini kann fara fram á breytum í miðnámsskúlunum.
Betra um umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek
Í Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum var handað landsstýrinum í apríl 2013, var eitt av átøkunum at betra um umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek.
Arbeiðsbólkurin fekk tá fleiri viðmerkingar um, at umstøðurnar hjá familjum,
sum hava børn við serligum tørvi, ikki eru serliga góðar í Føroyum. Samgongan setti sær fyri at gera nakað munagott fyri at fáa betri samskipan av tænastum til familjur, ið eiga børn, sum bera brek. Tað var greitt, at samstarv og samskipan millum myndugleikarnar eru neyðug, um almennu tænasturnar til børn, ið bera brek, skulu fáast at virka nøktandi.
Samskipan og samstarv Landsstýrisfólkini Annika Olsen og Bjørn Kalsø eru samd um, at tað er ógvuliga umráðandi at fáa hetta økið samskipað og uppraðfest.
“Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa sett ferð á tilgongdina at tryggja ungum uttan mun
til førleikar skúlatilboð. Í Mentamálaráðnum hava vit arbeitt miðvíst við at menna skúlatilboð til henda málbólk, og nú vit eru farin undir miðvíst samstarv við Almannamálaráðið, ber til at seta enn meira ferð á arbeiðið ” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
“At lyfta í felag flytur viðurskiftini hjá okkara fólkum við serligum avbjóðingum fram á leið. Serliga nú, tá eg sum landsstýriskvinna havi fingið ábyrgd av at samskipa átøk, ið hava við breksáttmalan at gera. Samstundis er hetta átakið, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt samskipað heildartilboð, í tráð við tilmælini í Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur ” leggur Annika
Olsen, landsstýriskvinna, afturat.
Økt játtanÍ uppskotinum til Fíggjarlóg fyri 2015 hevur Mentamálaráðið sett tilsamans 1,9 mió. kr. av til at skipa fleiri miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi. Íroknaðar í hesa upphædd eru 600 t. kr. til miðnámsskúlaflokk innan autismuøkið. Harumframt hevur Almannamálaráðið sett 1 mió. kr. av til búpartin á Rásini.
FLEIRI MIÐNÁ MSSKÚL ATILBOÐ TIL NÆMING A R V IÐ SERLIGUM TØ RV I
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201422
Í síðstu viku var Karl Heri Joensen á fjalli í Hellisdali og hann sigur, at tað hevur stóran týdning av ymiskum orsøkum at fara á fjall tíðliga.
Jákup Ósá
Karl Heri Joensen er ein av bóndunum í Gerðum. Hann hevur einsamallur hagan í Hellisdali, sum liggur eystanfyri á Borðoynni. Og so hevur hann ein haga fyri heiman saman við hinum báðum bóndunum í Gerðum, Jógvan Joensen og Levi Joensen.
Á fjall 24. septemberMikudagin í síðstu viku – 24. september vóru teir á fjalli í Hellisdali. Flestu hagapartar fara ikki á fjall fyrr enn vit skriva oktober.
Karl Heri greiðir frá, hví teir fóru so tíðliga á fjall.
Tey síðstu kanska 12 árini havi vit altíð verið á fjalli í Hellisdali millum 23. september og mánaðarskiftið. Tað eru fleiri orsøkir til hetta. Høvuðsorsøkin er, at tað er nógv betri fyri ærnar at sleppa av við lombini tíðliga. Tær blíva nógv betri fyri til veturin og árið eftir. Síðani er dagurin longri og tað ger, at um vit missa ella sakna onkran seyð, so hava vit tíð til at senda nakrar mans eftir seyðinum. Sostatt kunnu vit tøma hagan sama dag, og hetta hevur eydnast væl seinastu árini. Og so haldi eg eisini, at
tað ræsnar nógv betri, tá ein flettir tíðliga. Vit skiva ikki og hava ongantíð havt trupulleikar av makki. Tá ein ikki skivar, so legst heldur ikki so nógv á krovini. Tey blíva ikki so login og t.d. við bógvarnir, har tað kann vera ein løgin smakkur vegna hýggj, har sleppur ein undan tí. Vit skera ikki í krovini aftur fyrr enn síðurnar eru ræstar. Hinvegin so tekur tað nógv meir pláss í hjallinum, men aðrir vansar eru ikki við at fletta tíðliga, sum eg síggi tað, sigur Karl Heri Joensen.
Sjálvur fjalldagurinKarl Heri sigur, at sjálvur
fjalldagurin í Hellisdali er langur, men at teir eisini geva sær tíð til at hava tað gott hendan dagin.
Vit møta kl. 06.00 úti á Gravarbø. Har fáa vit morgunmat, og so smyrja fjallmenninir sær ein matpakka. Vit plaga at sita har í eini trý korterein tíma. Kl. 07.00 fara vit frá húsum. Tað tekur umleið hálvan annan tíma at koma í hagan. Kl. 12.00 vóru vit í rætt í ár og so fóru vit í gongd við hagreiðingina. Seyðin føra vit við báti inn til Árnafjarðar og síðani verður seyðurin koyrdur við bili í fjósið hjá mær. Vit sleppa 10 gjólingum í ár,
so vit førdu 64 lomb heim. Tá sakni eg tvey markaði veðurlomb frá í summar. Men hendan dagin slapp eingin seyður í haganum. Vit tóku 7 ær við heim, harav ein tvævetur ær og ein gimbur. Tær vóru ov óskikkiligar. Tvævetur ærin gjørdi seg upp sjálv og hevði pesja. Vit fingu lambið av henni í fjør, men ongantíð ærina. Gimbran leyp á í summar og aftur nú. Báðar máttu takast við hundi, so har var einki at gera, um vit vilja sleppa undan slíkum trupulleikum framyvir. Hendan dagin vóru vit 9 mans umframt ein samgongumann og ein myndamann, sum tók myndir til eina bókaútgavu hjá Robert Joensen, sála, sum verður endurútgivin. Afturat teimum hevði myndamaðurin ein hund og vit aðrir seks vælvandar seyðahundar. Uttan vælvandar seyðahundar trúgvi eg ikki, at tað kann ganga væl longur. Hevur tú meira fólk, so blívur tættari millum menninar, men fólk ger einki við seyð, sum hevur avgjørt at leypa á. Tá er øðrvísi við hundum. Kl. 17.00 vóru vit so aftur á Gravarbø. Tá fóru vit at viga lombini og síðani var fjalldøgurði á skránni. Tað var lambakjøt við før
oyskum eplum og brúnari sós. Eftir tað fóru vit so at taka fjallseyð. Sjálvur var eg við hús kl. 21.45, tá var alt liðugt, sigur Karl Heri.
VektinKarl Heri sigur, at vektin í Hellisdali í ár leggur upp til eitt miðal ár. Tá vit tosaðu við hann, kendi hann vektina á 56 lombum.
Miðal vektin á teimum fyrstu 56 lombunum var 31 pund, so tað kemur at liggja har áleið. Tað er eitt miðal ár hjá okkum, tí vit hava verið væl longri uppi okkurt árið. Gamla almenna miðalvektin var 28 pund. 88 ær eru skrásettar í haganum og í ár vænta vit at fáa millum 75 og 80 lomb burturúr tí, og tað eri eg nøgdur við. Lambatalið um heystið plagar at liggja millum 70 og 80. Fimm heystlomb, sum vóru mett til at viga millum 22 og 27 pund blivu tikin av og teir 4 brundseyðirnir vigaðu millum 86 og 94 pund, sigur Karl Heri Joensen. Síðsta fríggjadag fletti hann 15 veðrar, sum hava gingið heima og miðalvektin av teimum var 60 pund, har tann størsti vigaði 75 pund.
K ARL HERI: GOT T AT FARA TÍÐLIGA Á FJALL
NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 23
PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO
Fartelefontilboð
RING 30 30 40 ella kom inn í TelebúðinaÍ Telebúðini vegleiða vit teg fegin í øllum tínum telespurningum. Vælkomin í tína Telebúð
Nokia Lumia 930
NokiaAsha 206
Tilboðini eru galdandi til 4. oktober ella so leingi vøra er á goymslu.Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum.
• 20 MP myndatól• FM Radio• Windows stýriskipan
Nýggj
• 1,3 MP myndatól• FM Radio• Kann taka minniskort
Kom inn og royn ta nýggju iPhone 6. Skriva teg upp og ver ein av teimum fyrstu við iPhone 6.
Tú kanst eisini fara inn á www.ft.fo, at bíleggja tær eina nýggja iPhone 6.
Iphone 6
Kom inn og royn ta nýggju iPhone 6. Skriva teg upp og ver ein av teimum fyrstu við iPhone 6.
Tú kanst eisini fara inn á www.ft.fo, at bíleggja tær eina nýggja iPhone 6.
Iphone 6
kr. 4.695, -vanl. prísur kr. 4.995, -Spar kr. 300, -
HTCOne
• 32 GB minni• 4 Ultra Pixel myndatól• Stereo hátalarar framman
Sera avmarkað nøgd
kr. 2.495, -vanl. prísur kr. 4.495, -Spar kr. 2.000, -
kr. 399, -vanl. prísur kr. 549, -Spar kr. 150, -
top related