nordlysid nr 30 2013

16
9 772245 065007 NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 MINST TIL +60 HUGNALØTUNA Síða 8-9 Síða 12-13 KVINNAN SUM HÓTTIR FØROYAR Maria Damanaki NÚ STENDUR Á GOMLUM NØGLUM HJÁ KÍ Síða 3 Norðlýsið hugleiðir um hættisligu støðuna í KÍ, sum ikki hevur vunnið landskappingardyst síðani 28.apríl. 30 ÍBÚÐIR Í MIÐBÝINUM í Klaksvík 7. sept. Síða 4-5 NÝTT SJÓNLEIKARAÁR fyri børnum, ungum og vaksnum

Upload: nordlysid

Post on 10-Mar-2016

253 views

Category:

Documents


10 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 30 Hósdagin 15. sept. 2013

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 30 2013

9 7 7 2 2 4 5 0 6 5 0 0 7

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

MINS T T IL +60 HUGN A L Ø T UN A

S í ð a8 - 9

S í ð a12 -13

K VINNAN SUM HÓT TIR FØ ROYAR

Mar ia Damanak i

NÚ STENDUR Á GOMLUM N ØGLUM HJÁ KÍ

S í ð a3

Norðlýsið hugleiðir um hættisligu støðuna í KÍ, sum ikki hevur vunnið landskappingardyst síðani 28.apríl.

30 ÍBÚ ÐIR Í MIÐBÝ INUM

í Klaksvík 7. sept.

Síða 4-5

N Ý T T S JÓNLEIK A R A Á R fyri børnum, ungum og vaksnum

Page 2: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 20132

L E I Ð A R I N

Ein leður sovisofa til søluSofan er sum nýggj.

Litur: BeigeNýprísur 12.000 kr. til sølu fyri 6000 kr.

Tel. 215172

Fert tú fram við gamla garðin,har Per Eirik átti borg,bend tá høvur niður varin,tí her valdar sút og sorg.Fert tú fram við gamla garðintøgn á fuglameingi er,tí Per Eirik, hann er farinævinleikans evstu ferð.

Fert tú fram við gamla garðinhar Per Eirik mangan stóð,hoyrir tú í huga varin,syrgin kirkjuklokkuljóð.---Her tey komu, her tey vóru,her tey hildu frí,við sær alsk til land tey bórualla teirra lívsins tíð.

Her tey ólu góðar synir,her var teirra summarstað,øll tey vórðu okkar vinir,spældu for oss lívsins lag.---Tagnaður er hørpusláttur,tagnað er títt góða orð,tagnaður er andadráttur - lív er skift til deyðans kor.

Tøkk tær veri kæri drongur,vinur okkar alra her,syrgin oss tín hørpustrongurleingi enn tín tóna ber.

Hvíl í friði merkismaðurundir flag tín gravarblund,eig á evsta degi glaðurævinleikans sælu stund.----Elsebeth og synir eigitroyst í minnum um ein mann,sum sítt lív - til gravarleiðið -altíð alsk til tykkum fann.

pmp

Per Eirik Hals*27.11.1940 - †29.08.2013

in memoriam

Tunnilsmál hava seinru árini skapt øsing serliga í Suðurstreymi har stórur partur av fólkinum býr. Vit minnast orrusturnar tá landsstýrismaður á veljarafundi lovaði Vágafólki at byrja arbeiði uppá Vágatunnilin fyri longu dagin eftir at verða sekkjaður av táverandi Sambands Løgmanni. Úrslitið var at Sámal Petur í Grund fekk eitt hav av atkvøðum frá sambandsflokkinum til Fólkatingsvalið og var beinleiðis orsøk til at sambandsmaðurin fall og stjórnarskiftið bleiv í Danmark. Tá tosað var um at byggja undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð vóru fortalararnir skýrdir ørvitis fiskar og tað kom til skarpskeringar tá táverandi landsstýrismaður í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, noktaði at leggja málið fyri løgtingið. Endin var at táverandi løgmaður tók málið í egnar hendur og bar málið niðan í løgtingið har tað fyrst var samtykt við teprum meiriluta. Tá løgtingið hevði samtykt at fara at byggja norðoyatunnilin vóru pengar avsettir til sjálvt holið meðan einki var liðugt í Leirvík. Tá farið var undir arbeiði at byggja tunnil til Kunoyar var peningur til einans helvtina av tunnlinum o.so.fr.

Ein maður segði tað soleiðis: Tá menn byrjaðu at tosað um at byggja undirsjóvartunnil tvørtur um Vestmannasund hildu flest øll at hetta var reinur ørskapur – men nú koyrandi er verður tunnilin roknaður sum reinur logikkur!

Løgtingið hevur samtykt at Sandoyartunnil skal byggjast – men enn er einki hent og verður hen-dan verkætlan ikki framd skjótt doyr oyggin út. Tunnilin var beinleiðis orsøk til at CHE samgongan slitnaði.

Fyri kortum samtykti løgtingið at fara undir arbeiði at byggja tunnil til Viðareiðis men tað var syn-darligt at uppliva hvussu hørð og beisk mótstøðan var millum tingfólk í Suðurstreymoy tá greitt var at meiriluti var fyri verkætlanini í Løgtinginum. Tingfólk spardu ikki tey ónæriligastu lýsingarorðini og eitt nýtt hugtak ”Norðoya-mafia” var borið í heim.

Skálafjarðartunnilin er eins og flestu tunnlar vorðin eitt heitt politiskt epli hjá sitandi samgongu, og aftur hesiferð eru undirstreymar av somu afturvendandi mótstøðu móti tunnlum aftan fyri mótmælið. Samstundis sum stór mótmælisgonga var á Vaglinum í Havn – var Kári P. Højgaard, sum síðani hann gjørdist landsstýrismaður hevur arbeitt við at fáa Skálafjarðatunnilin framdan, stórliga fagnaður av stórari mannfjøld í Løkshøll. Samstundis fingu eysturoyingar lyfti frá 9 sam-gongulimum, sum øll eru úr Eysturoynni, at tey fara at standa saman fyri at fáa hesa samfelagsliga týdningarmiklu verkætlan framda.

At mótstøðan er sterk í Suðurstreymi ímóti almennum íløgum uttan fyri miðstaðarøkið er sjón fyri søgn og hesi sjónarmið fáa í alt ov stóra mun rúmd í Kringvarpið og í høvuðsstaðarpressuni.

Tað er óskiljandi at Kringvarpið í fleiri dagar á rað hevur sent brot frá mótmælisfundinum á Vagli-num og enntá rapportera frá studentar-ballum í Keypmannahavn, Århus, London og Rio men tilvi-tað als ikki hevur endurgivið ella nevnt tað sum fór fram leygardagin í Løkshøll – tá Eysturoyingar fyri fyrstu ferð í langar tíðir funnu saman og góvu Kára P. Højgaard fulla uppbakking. Og tinglimi-rnir sum eru valdir í Eysturoynni funnu saman á hesi fagnaðarløtu – sum Kringvarpið beinleiðis hevur valt ikki at umrøða.

Tað er umráðandi at politiska skipanin finnur fótafesti so at stóru samfelagsligu íløgurnar sum hava avgerandi týdning fyri ymisku økini í landinum verða framdar í einari greiðari raðfesting.

Allir møguleikar eiga at verða opnir og eisini eigur uppskotið við privatum útlendskum kapitali sum Kári P. Højgaard hevur fingið til vega at verða vent á borðinum – tí hetta kann verða ein góð loysn tá undirskot er í landsbúskapinum og trýsti á almennu kassarnar er ovurhonds stórt.

Umráðandi at politiska skipanin finnur fótafesti

Page 3: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 3

Tað var sum at fáa ein frammaná hjá fótbólts áhu-gaðu norðoyingunum síðsta leygardag. Mótstøðulið var TB við gamla KÍ venjara-num Páll Guðlaugsson sum venjara. TB hevði undan dystinum tapt í 7 dystir á rað og var sostatt merki-ligt nokk í verri formi enn KÍ seinastu 7 umførini. KÍ hevði ikki vunnið síðani 28. apríl. Sigurin hjá TB merkti samstundis, at teir fingu veruliga vón aftur fyri at bjarga sær í deildini. Nú eru einans 2 stig, ið skil-ja KÍ og TB, meðan AB lig-gur beint frammanfyri við einum stigi meir enn KÍ.

Spældu uttan trúgv og spæligleðiSigurin hjá TB var uppibo-rin. Í mál møguleikum var tað kanska rættuliga javnt, men í vilja og spæligleði átti TB munin. Teir vildu tað meira og serliga legði ein til merkis, at profilarnir

á TB liðinum í hesum týd-ningarmikla dystinum avri-kaðu nógv betri enn KÍ pro-filarnir. Á TB miðvøllinum vunnu Ndende og Babacar nærum hvønn einasta nær-dyst, meðan Poul Ingason og bretski Nicholas Ferenc Diverdics allatíðina vóru ein hóttan í álopspartinum.

Skráin er trupulKÍ hevur eina sera trup-la skrá eftir. 4 av teimum 6 dystunum eru á útivølli. Komandi tveir dystirnir eru á útivølli móti NSÍ og B36, ið stríðast um Europa League pláss. Síðani kemur EB/Streymur til Klaks-víkar, har teir ikki hava tapt í 10 ár. Síðani eru úti-dystir móti AB og Víkingi á skránni, meðan seinasti dysturin er á heimavølli móti 07Vestur. Serliga AB dysturin sær út sum sera avgerandi, men tað kann ei-sini blíva ov seint tá, um KÍ ikki fær stig áðrenn. Men

her skal eisini sigast, at undan TB dystinum hevði KÍ fingið stig móti teimum báðum ovastu liðunum HB og ÍF, so tað var í grundini bara hesin TB dysturin, ið vendi øllum og sum av ál-vara hevur sett trýst á besta mansliðið hjá KÍ, sum sá út til at vera á rættari kós áðrenn TB dystin. Úrslitini móti HB og ÍF vísa, at liðið kann spæla upp móti øllum liðum í deildini.

KÍ er favorittur at fara niðurÍ løtuni er KÍ, um ein hyg-gur objektivt uppá støðuna, størsti favoritturin at flyta niður. Tað er fyrst og fremst av tveimum orsøkum. Tann eina er, at liðið ikki hevur vunnið síðani 28.apríl og tí als ikki veit, hvussu tað kennist at vinna ein dyst. Í hesum tíðarkeiðinum hevur liðið eisini m.a. tapt móti teimum báðum niðastu liðunum TB og 07Ves-

tur. Tá er trupult at síggja, hvar sigrarnir skulu koma frá. Hin orsøkin er dystar-skráin, sum er nakað trup-lari enn hjá TB og AB. Tað er ikki óhugsandi, at TB og AB fáa minst 9 stig afturat, og tí skal KÍ vinna fleiri dystir av teimum seinastu 6 dystunum.

Hvat skal gerast?Spurningurin er so, hvat skal gerast hjá KÍ fyri at venda gongdini. Venjara-broyting er gjørd fyrr í ár og tað kemur neyvan uppá tal at skifta venjara fyri aðru ferð. Tað er eisini iva-samt, um ein slík broyting hjálpir nakað nevnivert. Sum skilst tykist heldur ikki vera nøkur stórvegis ónøgd frá leikarum ella le-iðslu um núverandi venjara Eyðun Klakstein. Heldur er spurningurin, um onnur hjálp verður fingin. Eitt nú við fyrilestrum, sosiala-ri samveru ella hjálp av

øðrum slag um t.d. vinnara hugburð og trúnna á egin evnir. Fyrr í ár hevur sálar-frøðingurin hjá m.a. Ne-istanum, Jóhanna Andre-asen, verið inni í myndini og hjálpt til á hesum økjum eins og hon hevur hjá on-krum øðrum felagi. Eisini vildi liðið møguliga notið gott av, at 12. maðurin bleiv betri mannaður, enn mæl-skari og sjónligari fyri at givið KÍ liðinum eitt høvið afturat at leggja eyka nógv fyri.

Brúk fyri stríðsmonnumNakað annað er, at trýstið á KÍ liðið ongantíð hevur verið størri síðani liðið flutti niður í 2009. Tað árið vóru fleiri á dagsins liði við, men ikki allir. Tað er ikki væntandi, at gott spæl kemur at eyðkenna seinastu umførini. Hinvegin verður tað nokk meira eitt langt og hart stríð, har tað skal arbeiðast harðari enn na-

krantíð og samtundis hal-da høvdið kalt til seinasta bríksl í 27.umfarinum. Til slíkt stríð er m.a. Henry Heinesen væl egnaður, tí hann mangan fyllir mei-ra enn fleiri av hinum, tá tað skal stríðast. Tá so KÍ manglar mál og skapandi kreftir, so verður Kristof-fur Jakobsen eisini týd-ningarmikil. Í fyrstu syftu sum innskiftari, men við leiktíð uppá minst 25-30 minuttum. Óansæð so he-vur sjálv liðuppstillingin og spælaraval ikki tað mesta at siga hesi seinastu umfø-rini. Tað týdningarmiklasta verður hugburðurin. Tað má arbeiðast harðari enn nakrantíð og við eini trúgv uppá, at tað ber til, óansæð hvussu dystirnir fella út.

NÚ STENDUR Á GOMLUM N ØGLUM HJÁ KÍ

Norðlýsið hugleiðir um hættisligu støðuna í KÍ, sum ikki hevur vunnið landskappingardyst síðani 28.apríl.

Jákup Ósá

Mynd: Anton Højgaard

Page 4: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 20134

Sum formaður í Býggi- og Býarskipanarnevndini feg-nist eg almikið um, at tað nú hendir nakað ítøkiligt í miðbýnum. Sum ein liður í ætlanini hjá samgonguni í Klaksvíkar Kommunu um alternativar íbúðir, kunna vit staðfesta, at Bústaðir fer komandi ár í holt við at byggja 30 íbúðir og tilhoy-randi hølir til lættari vinnu í miðbýinum.

Miðbýurin hevur ve-rið uppá tal leingi – Ja,

fyrst í 80-unum varð ein miðbýarætlan samtykt. Síðani hava skiftandi ráð-gevarar og skiftandi býráð gjørt broytingar og tilla-gingar. Borgarafundir hava eisini verið um hesar ætla-nir.

Nú haldi eg, at vit ríða á eini góðari aldu, har ein av fremstu ráðgevum, Ós-bjørn Jacobsen, sum hevur vunnið hugskotskappingina um miðbýin, sleppur at tak-na víðari uppá hugskot sítt.

Hann hevur saman við tek-nistovu síni fingið altjóða viðurkenning fyri hugskot og hugflog teirra yniskar staði m.a. fyri Hørpuna í Íslandi.

Tað er at fegnast um, at Bústaðir hava valt sær sama arkitekt, sum hevur gjørt miðbýarætlanina, at tekna eina sera spennandi verkætlan, tikin beint úr tí uppskoti, teir hava gjørt fyri miðbýin.

Hetta haldi eg er sera hep-

pið val og minkar um fleiri óneyðugar forkláringar fyri at fremja hesa skilagóðu verkætlan, sum kemur at vera eitt nýtt og spennandi skeið í okkara byggisøgu.

Ikki minni er at fegnast um, at teir lunnar, sum lag-dir eru undir ein miðbý í Klaksvík fyri langari tíð síðan, nú koma til sín rætt og at miðbýurin fær eitt nýtt og spennandi ljós og lív. Fólk koma at búgva á fyrstu parkett eins og lætta

handils- og tænastuvinnan fær eitt gylt høvið at búgva gott og centralt.

Her er talan 30 íbúðir í ymiskum støddum við eini samlaðari búvídd á 2.700 m2. Eisini verða 1.100 m2til handil og lætta vin-nu. Byggikostnaðurin met-tur til ein kostnað á 50 mill.

Henda verkætlanin er so stór og spennandi, at onnur fara við eisini vissu at byg-gja í miðbýnum í framtíði-ni. Hon kemur at skapa

synergi fyri býin, sum vit ikki kenna í dag.

Eg vil sum formaður í Býggi- og Býarskipanar-nevndini heilsa hesi ver-kætlan hjartaliga væl kom-nari og takka Bústaðir fyri teirra skilagóða val at leggja hesa spennandi og fjøltáttaðu byggiverkætlan í hjartanum í Klaksvík.

Kristian Eli ZachariassenByggi- og Býarskipanar-nevndin, formaður.

Talan er um 30 íbúðir í ymiskum støddum við eini samlaðari búvídd á 2.700 m2. Eisini verða 1.100 m2 til handil og lætta vinnu í veghædd. Samlaði byggi-kostnaðurin er mettur til á leið 50 mió. kr., og skal byggingin byrja í 2014 – byggitíðin verður o.u. hálv-tannað ár.

Fyri at skriva seg upp til íbúðirnar ber til at fara inn á http://www.bustadir.fo

Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í býráðs-høllina at kunna seg um henda møguleika. Teirra millum vóru tvær damur,

sum vóru rættiliga vísar í síni søk: Eina slíka íbúð vilja vit hava! Onnur snak-kaðu á somu bylgjulongd, so ikki kann sigast annað enn, at henda verkætlan he-vur fingið góða móttøku frá fyrsta degi av.

Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og segði frá til-gongdini og góða samstar-vinum við Bústaðir um hesa verkætlan. Síðani gav hann orðið víðari til An-dras Róin, stjóra í Bústaðir, sum greiddi frá verkæt-

lanini, og at bert verður talan um leiguíbúðir, men at kostnaðurin enn ikki er ásettur, tí eingin útbjóðing hevur verið enn.

Ósbjørn Jacobsen, arki-tektur, sum hevur verið við til at vinna hugskotskap-

pingina um miðbýin, hevur teknað uppskotið til íbúða-byggingina. Hann hevur saman við teknistovu síni fingið altjóða viðurkenning fyri líknandi hugskot; teirra millum Hørpuna í Íslandi.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, fegnast um, at teir lunnar, sum lagdir eru undir ein miðbý í Klaksvík fyri tíð síðan, nú koma til sín rætt, og at miðbýurin fær eitt nýtt og spennandi umhvørvi við lívi í í miðbý-num. Fólk koma at búgva á fyrstu parkett, eins og lætta handils- og tænastuvinnan fær eitt gylt høvi at búgva

gott og sentralt. Sama fegnast formaðurin

í Byggi- og Býarskipanar-nevndini, Kristian Eli Zachariassen, um, og at henda ætlan er eisini í tráð við vakstrarkanningina, sum gjørd varð fyri nørkum árum síðani. Har varð lagt upp til meira fjøltáttaðar búmøguleikar í Klaksvík, og er tað júst tað, henda spennandi byggiverkætlan leggur upp til - mitt í hjar-tanum í Klaksvík.

www.klaksvik.fo

30 ÍBÚÐIR Í MIÐBÝ INUM Í K L A KSV ÍK

SPENN A NDI V ERK Æ TL A N Í K L A KSV ÍKMánamorgunin bjóðaðu Bústaðir og Klaksvíkar Býráð til ein kunnandi fund um eina stóra byggiverkætlan, sum Bústaðir stendur fyri í miðbýnum í Klaksvík.

Page 5: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 5

Hava vit gloymt tað hugnaliga í at byggja tætt at hvør øðrum ?

Í framløgu síni vísti Ós-bjørn Jacobsen eina mynd av Klaksvík frá onkuntíð tíðliga í 20. øld, har vit sóu tøttu byggingina á Uppsølunum, á Hæddini, í Gerðum, ja, býlingarnar tá. Hann samanbar við eini loftmynd frá íbúðarøki í Klaksvík ídag, har ongi tún í veruleikanum vóru, bert ferðsluæðrar, sethús og hávar.

Nú lunnar eru lagdir fyri bygging av miðbý-num, hava arkitektarnir tikið við, at vit skulu gera miðbýin fjálgari við tætt-bygdum øki, soleiðis at tað fer at bera til at hava fleiri aktivitetir úti hóast veðrið, við øðrum orðum skulu vit skapa lívd í miðbýnum og

ansa eftir at miðbýurin ei-sini verður livandi, við tað at fólk eisini búgva har.

Nógvir spurningar vóru uppi og vendu á framlø-guni í býráðshúsunu ídag. Millum annar varð sagt, at bygingin, sum Búðstaðir nú fór at standa fyri, skul-

di gera íbúðarmynstrið í Klaksvík meiri fjøltáttað, og at hetta skuldi hjálpa teim ungu til lættari at fáa tak yvir høvdið. Tó væntaði onkur, at tað kanska eisini vóru eldri fólk, sum fóru at hava áhuga fyri hesum, og at vit ístaðin fóru at fáa fle-

iri eldri hús á sølulista ko-mandi tíðina.

Átakið sum Bústaðir og býráðið eru farin undir við hesum nýggja projekt-inum er sera áhugavert og tiltrongt. Tað er ongin ivi um, at tað er sera tungt hjá ungum fólki, ið hava verið

undir útbúgving at sku-la byggja sær sethús fyri tvær milliónir ella meira. Bankafólk, vit tosaðu við í býráðshøllini hildu, at tað bar illa til at byggja ein-familjusethús í Klaksvík ídag fyri undir 2 milliónir krónur.

Tað hevði arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hug at minna okkum á, nú hann legði fram uppskotið um nýggjan miðbý í Klaksvík og ætlaðu íbúðarbyggingina í tí sambandinum.

Page 6: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 20136

Matr.nr 25v, NorðoyriTalan er um grundøki til íbúðarverk-ætlan hjá Sp/f Norðhús, nú í konkurs, og er talan um eina íbúðarverkætlan, harav matr.nr 25v er grundøki, sum er gjørt klárt til seks íbúðir.Stykkið er grivið út og planerað, sjøtul er settur á kloakkarbeiðið, eisi-ni eru tveir veggir settir upp. Tað er ein byrða lýst á matr.nr., og hon um-fatar eina tvey ára byggifreist, frá tí at nýggjur eigari keypir stykkið.Prísuppskotið fyri stykkið, til hesar seks íbúðirnar, er kr. 1,0 mió.

Matr.nr. 13, NorðoyriJarðarstykkið fevnir um 1 gyllin uttangarðs og 932 fermetrar innan-garðs við ástandandi seyðahúsi, sum er uml. 10-12 ára gamalt. Prísuppskotið er kr. 300.000,00.

Matr.nr. 739k, KlaksvíkTalan er um virkisbygningin hjá Norðhús í Klaksvík. Bygningurin lig-gur í Klingrugarði 4. Grundøkið er 1968 fermetrar. Prísuppskotið er kr. 6,0 mió.

Myndir av ognunum eru at síggja á www.lawfirm.fo og á www.ogn.fo.

Um spurningar eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við undir-ritaðu.

Ognirnar verða bodnar út við áhei-tan um at geva tilboð sambært nærri ásettum treytum í boðsskjali, sum fæst við at venda sær til skrivstovu okkara.

Øll boð, undir sum yvir prísuppskoti-num, verða løgd fyri seljara til støðu-takan.

Boð kunnu gevast til Mimi Steintórsdóttir, adv., [email protected], tlf. 506030 ella til Poulinu Jacobsen, [email protected], tlf. 203056

Ognir til søluÍ konkursbúnum Sp/f Norðhús í konkurs verða hesar ognir lýstar til sølu:

JÓGVAN P. LASSEN • PETUR EVEN DJURHUUS • JÓGVAN E. ELLEFSENANNA DAM • INGI HØJGAARD • GUNN ELLEFSEN • MIMI STEINTÓRSDÓTTIR

YVIRI VIÐ STROND 4 • 100 TÓRSHAVN • FØROYARTEL 20 30 40 • FAX 20 30 41 • [email protected]

Útróðrarbátur til sølu

Skuraklettur KG 127 verður hervið lýstur til sølu um nóg høgt boð fæst.

Bygdur: 1977Tilfar: Stál

Maskina: Nanni Diesel, 6.600 LE, 6s, 4t (2002)Maskinorka: 199 kW/270 HK, 2600 rpm.

Við bátinum fylgja 7 elektriskar snellur og 80 stampar av línu.

Fleiri upplýsingar fáast við at ringja telefon 288112

Nordlysid.fo hevur van-liga beint undir 100.000 vitjanir um vikuna (86.464 í seinastu viku)og sambært nýggjastu tølunum vóru 33% av teim vitjandi úr útlandinum harav 21.148 úr Danmark. Av teim 58.036 vitjanum sum vóru úr Føroyum var umleið ein fjórðingur úr Norðoyg-gjum.

Vit hava vitjandi úr flestu av heimsins londum og niðanfyri síggjast listi

yvir 10 tey ovastu londini sum vitjað mest á nordly-sid.fo

Nýggjastu tølini hjá Norðlýsinum eru at finna á www.vevlistin.fo

Page 7: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 7

Page 8: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 20138

Page 9: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 9

K VINNAN SUM HÓT TIR FØ ROYAR

Umsett úr týskum hevur Alex Sólstein 03.09.013

Stríðsfýsni hjá Mariu De-manaki kom tíðliga til sjóndar. Í 1973 var hon uppreisnarrøddin móti grikkska hernaðardiktatu-rinum. Sum 21 ára gamal kemistudentur kallaði hon frá økinum á Polytekni-ska universitetinum í eini útvarpssending til mót-støðu móti herførarunum. Teir bardu niður “Polytek-niska uppreisturin” í einum blóðigum stríði. Damanaki endaði í fongsli og varð pínd. Men minni enn eitt ár seinni datt hernaðardikta-turið sundur, og var tað ein sigur fyri Damanaki.

40 ár seinni var Da-manaki umboð Athens í EU-kommisjónini, og varð soleiðis sum fiskaríkom-miserur á veg í europeisku søguna í stríðnum at fáa enda á áralongu ovfiskingi-ni av høvunum av teimum 100 000 europeisku fiski-skipunum. Men hetta var ikki hennara dreymajobb: “Tá man sum grikki verður EU-kommiserur, kann man

ikki velja sær málsøki,” hevur hon einaferð heldur stuttorðað havt fyri mun-ni. Fyrrverandi leiðarin av sosialistiska felagnum Sy-naspismos má leita aftur á barndómin á Kreta fyri at siga nakað um síni viður-skifti til fisk og fiskiskap. Og at byrja við sá hennara stillingur sanniliga ikki út til at fara at líkjast einum serliga áhugaverdum em-bæti: tá Damanaki varð sett í 2010, var fiskivinnupoli-tikkur mettur at vera sera tekniskur, og verandi kom-miserur stóð tá aftarlaga í røðini av kommiserum.

Undanmenn hennara virkaðu mest fyir at verja stuttfreistaðu áhugamálini í fiskivinnuni, serliga ei-garunum av teimum stóru ídnaðarskipunum. Milli-ardatilskot fossaðu inn í uppbyggingina av einum ovurstórum flota, sum mest hóreiggjar sær í Suður-stillahavinum og er í holt við at tøma havið. Í euro-piskum høvum hevnir seg

tann falski politikkurin frá undanfarnum árum: Fi-skiskapurin gekk frá átta milliónum tonsum í 1955 til fimm milliónir í 2012 – ikki vegna strangari eftirli-ti, men av tí at har var einki at fara eftir.

Damanaki er frá fyrsta degi av farin í holt við at bróta gomlu skipanina og er stutt frá málinum. Ikki seinni enn í Juni fer hon við Europaparlamentinum og tess 24 limunum at gera eina umfatandi broyting av fiskarípolitikkinum í EU.

Damanaki hevur umsor-gan fyri øðrum enn fiski. Fyri hana snýr tað seg ikki bara um tosk, sild og makrel, tað snýr seg eisini um tey meira enn 400 000 arbeiðsplássini í fiskivin-nuni, um nógvar milliardir í umsetningi og umleið tríggjar milliardir euro í almennum stuðli. Atfin-ningarnar frá “fiskarílob-byini” at reformarnir frá Damanaki fóru at skaða vinnulív og búskap, vísti

hon illsliga aftur og sær samband við skuldarkris-una í egna heimlandi: “ Vi eru farin við høvunum eins ábyrgdaleyst og grikkar eru farnir við pengunum. Um vit halda fram við at heva “fiski-kapital” verður hav-kontoin skjótt tóm.” Við sínum reformum ætlar hon at tráa eftir eini áhaldan-di endurskapan av fiska-stovnunum. Umsetningurin í vinnuni kundi vaksið við 1,8 milliardum, metir hon-fyri sínum atfinnarum.

Teir kenna longu stríðsan-dan og málið hjá hesi kom-misar-konuni. Hon hevði ikki meira enn sett seg í kommisarstólin, fyrr enn hon setti frá ein av EU-top-pembætismonnunum, sum varð kendur sum ein rygg-klappari og lobbyistur fyri stóru reiðarafeløgini, og syrgdi fyri, at nýggjar rød-dir fingu ljóð í Brussel. “Á fyrsta fundinum var eingin har, sum kundi umboða ei-gararnar av smáu bátunum í strandaøkjunum”, segði

Damanaki, “hatta má bei-nanvegin broytast.”

2011 legði hon fyrsta reformin fram, sum hon síðani hevur verið runt um í Europa við, verið í høvuðs-støðum og fiskivinnubyg-dum, á vitskapsfundum og fundum við fiskivinnuna. Við einfaldum, neyvum og samstundis fjálgum orðum, talar hon fyri síni ætlan. Bjarging av havinum tykist vera henni ein hjartasøk, og tað sær út til, at hennara stríð fer at geva úrslit.

“At byrja við grinu lob-byistarnir at mínum re-formætlanum, men smílið er ímeðan minkað,” sigur Thilo Maack, havfrøðingur hjá Greenpeace. Damaki var við at stoyta saman ella næstan koma í bardaga við fiskimálaráðharrarnar , tá hon kravdi ein enda á ros-sahandlinum við kvotum. Teirra tiltiknu desember-fundir snúðu seg í høvuðs-heitunum mest um.”Fái eg meira tosk frá tær, so fært tú meira tunfisk frá mær.”

Í framtíðini skuldu vits-kapaplig viðmæli gjørt mun. Eisini er hon upp-tikin av evninum “hjáve-iða”. Fiskimenn í Europa tveita umleið ein fjórðing av veiðuni deyða aftur í havið, tí hann ikki stendur mál. Frá 2014 skal øll veiða verða førd í land og verða gagnnýtt. Fyri tað triðja fer hon at seta strong krøv til almennan stuðul. Tað er ábyrgdarleyst við áhaldandi ovfisking, at krevja størri fi-skiskip, og sigla við teimum í oydnum høvum, sigur ein ill Damanaki.

EU-Parlamentið hevur í februar viðtikið hennara ætlanir við stórum fleirtali. Nú má hon finna eina semju við stýrini, fyrst og fremst í Spania og Fraklandi. Da-manaki hóttir: “Halda vit fram á sama hátt, so er havið skjótt tómt.”

Maria Damanaki

Grikkski EU-kommiserurin Maria Demanaki stríðist við einum vissum úrsliti móti ovfisking.

Page 10: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 201310

Fløskuposturin frá Ka-trini, ið var kastaður 19.august í 2009, hevur heilsanina “Hey hey”.

Nú hevur so ein famil-ja í Stein í Sømna í Nore-

gi skrivað heilsu aftur og siga, at tey hava funnið postin. Hann var funnin 30. Juni, tá tey vóru ein túr í skjærgården “på kysten av Sør-Helgeland,

Nordland fylke i Norge”. Positiónin er 65°33’9’9’’ N og 12°01’3’’E. Mikal-sen familjan eitur Eva (mamma), Magne (pápi) og Morten (sonur).

FUNNU FL Ø SKUPOST HJÁ K ATRIN Í NOREGFamiljan Mikalsen frá Sømna í Noreg fann ein fløskupost frá Katrin í Króki Eliasen.

Page 11: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 11

Í morgun (mikumorgun) lat Innlendismálaráði løgman-ni eina frágreiðing og talan um eina drúgva frágreiðing sum fyri løtu síðani var send fjølmiðlunum.

Tá vit tosaðu við Inn-

lendismálaráðið fyri løtu síðan var sagt at áhugin at fáa innlit í frágreiðingina bar ovurhondsstórur, men at IMR hevði gjørt av ikki at geva fjølmiðlum fyrr enn løgmaður hevði lisið

frágreiðingina.- Eg dugi tó ikki at síggja

at frágreiðingin skuldi gjørt at løgmaður misti álítið á landsstýrismannin – men sjálvandi tað verður upp til løgmann at meta um og tað

skerst ikki burtur at and-støðan hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at skapa øsing kring mín persón og tí er kanska trupult at meta um hvørja politiska niðurstøðu løgmaður kemur til, segði

Kári P. Højgaard fyri løtu síðan í stuttari viðmerking.

Sum skilst ferð løgmaður nú at viðgera frágreiðingina og nær hann kemur til eina niðurstøðu er óvist.

Kaj Leo Holm Jóhan-nesen, løgmaður, sigur í viðmerking at nú hann he-vur fingið fráðgreiðingina frá Innlendismálaráðnum fer hann at brúka tað tíð, sum er neyðug saman við løgfrøðiligu ráðgevingi-ni á løgmansskrivstovuni, at gjøgnumganga málið áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd.

- Eg fari ikki at seta na-kra ávísa tíð á nær arbeiði skal verða liðugt, men fari

at brúka tað tíð sum er neyðug saman við mínari egnu løgfrøði at meta um gongdina í málinum.

Vit gjøgnumganga tilfa-rið og gongdina í málinum soleiðis at eg sum løgmaður fái tikið støðu til um eitth-vørt politiskt er at fara eftir.

Harafturat ferð ein me-ting at verða gjørd um tað í tilgongdini er nakað at finnast at løgfrøðiliga . Her verður fyrst og fremst hug-sað um brot á stýrisskipan,

tingskipan og lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Ilt at siga nær eg komið til eina niðurstøðu men tað er greitt at atað má taka tað tíð tað krevur. Annars havi eg ikki meira at siga um málið í løtuni.

Tekur sær tað tíð sum er neyðug

Dugi ikki at síggja at frágreiðingin skuldi førttil at løgmaður ikki kann hava álit á mær

Í løtuni bíðað verður eftir niðurstøðu Løgmanns, hvørt hann hevur álit á Kára P. Højgaard ella ikki

Page 12: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 201312

Klaksvíkar Sjónleikara-felag tekur undir við at ska-pa betri trivna í Klaksvík. Felagið fer soleiðis aftur í heyst undir at leggja til ræt-

tis fyri at bæði børn, ung og vaksin fáa møguleikan at venja og framføra sjónleik.

Á fyrsta sinni er ven-jing og framførslir fyri

børnum frá 8 ára aldri og ungdómum upp til 15-16 ár í kvøldskúlanum. Tilmel-ding 8-10 ár, 11-13 ár og 14-16 ár fer fram í felags-

húsinum leygardagin 7.sep-tembur frá kl 14-17. Eisini ber til at ringja til Sóley Danielsen tlf. 214842.

Undirtøkan millum børn og ung tey seinastu árini er vaksin og tað er tí enn stør-ri týdning fyri trivnaðin í felagnum at tey vaksnu

eisini eru við. Klaksvíkar sjónleikarafelag vónar tí at tey vaksnu, sum áður hava verið knýtt at felagnum, í størri mun vera ein partur

Nevndin í Klaksvíkara Sjónleikarafelag

NÝ T T SJÓNLEIK ARA ÁR fyri børnum, ungum og vaksnum

Leikurin Kópakonan , sum bert er sýndur í Svøríki og Mikladali, verður væntandi vístur í Klaksvík seinri í mánanum.

Page 13: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 13

Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer undir dramaundirvísing í kvøldskúlanum.Á fyrsta sinni kunnu børn úr 8 ára aldri til ung upp til 16 ár melda seg til. Framførslur eru á skránni fyri børnum og ungum frá 8-10 ár, 11-13 ár og 14-16 ár.

Tilmelding til dramaskúlan 2013-14 og kunning um leikárið verður í hølum felagsins 7.sept. kl 14-17.

NÝ T T SJÓNLEIK ARA ÁR fyri børnum, ungum og vaksnum

25 ára gamla havnagentan, Sóley Danielsen, gleðir seg at undirvísa børnum og ungum í sjónleiki á Kvøldskúlanum í ár.

av felagnum. Sum limur í felagnum kanst tú ávir-ka innihaldi og vera við at bøta um karmarnar í felag-num. Og sjálvandi er brúk fyri fleiri, nú ætlanir eru at hava framførslur bæði fyri børnunum, teimum ungu og teimum vaksnu limunum í felganum. Onnur mál á skránni eru kvøldsetur, frá-søgur , manuskriftlesnaður o.o. tiltøk fyri limum.

Spennandi leikstjóri Klaksvíkar Sjónleikara-felag hevur í ár fingið Sóley Danielsen at leikstjórna bæði børnum, ungum og vaksnum í felagnum. Fela-gið hevur longu góðar royndir við at hava Sóley sum leikstjóra: Í summar leikstjórnaði hon hegnisli-ga leikin um Kópakonuna á Norðurlendsku barnasjón-leikarfestivalinum í Øster-sund, Svøríki. Umtalan eftir framførsluna var sera

góð!25 ára gamla havnagen-

tan, Sóley Danielsen, gleðir seg at undirvísa børnum og ungum í sjónleiki á Kvøldskúlanum í ár. Hon vónar eisini at tey vaksnu taka væl undir við sjón-leikaraátøkunum í heyst. Sóley Danielsen hevur júst lokið útbúgving sum Sjón-leikari (Bachelor) og Le-ikstjórið (3 Year Diploma) á ”The Academy of the Science of Acting and Di-recting” í London.

Í Føroyum er Sóley kend sum forkvinna og stigtaka-ri til leikbólkin ”Huðrar” ið framførdi og ferðaðist við leikinum ”Othello” eftir W. Shakespeare. Hon hevur ei-sini sjálv verið næmingur á kvøldskúlanum í Tórshavn og altíð verið virkin í Sjón-leikarahúsinum.

Umframt at deila sínar royndir innan sjónleik, ætlar Sóley at skipa fyri

kvøldsetum, bæði í Sjón-leikarshúsinum í Havn og í Spaniustovu í Klaksvík, soleiðis at arbeitt verður miðvíst ímóti framførslum. Nógv ymiskt kann væntast á hesum kvøldsetum, og øll áhugaði eru hjartaliga væl-komin, sigur Sóley at enda.

------

Klaksvíkar sjónleikara-felag skipaði seg á aðalfun-dinum 18.juni við nýggjari nevnd :Magnus Arge, formaður,Jógvan Andrias Joensen, peningarøkilJóhan D. Heinesen, skrivariJógvan SalomonHøgni OlsenEykalimir eru: Jákup Bern-hard Brim Joensen, Rólant Reginsson Biskupstø og Sigrid Mikkjalsdóttir.

Dramaskúlin byrjar 9.septembur

Page 14: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 201314

Forkvinnan í Eldraráðnum í Klaksvík, Maria Olsen sigur, at Eldraráðið æt-lar at vera meira sjónligt í samfelagnum frameftir og harvið varpa ljós á eldrapo-litikkin í kommununi mil-lum annað.

Tí hava vit hildið tað vera hóskiligt at byrja við einum slíkum kjakfundi, har eldri og eldrapolitikkurin eru í brennideplinum.

Á panelfundinum, sum verður fyriskipaður leygar-dagin 7. September kl. 16.00 í Smæruni, sita í pa-nelinum Elsba Lützen fyri Nærverkið, Annika Vágs-heyg , Norðoya Røktarhe-im, Alma Petersen, Lands-felag Pensionista, Jóannes Hansen, studentaskulalæ-rari, hugleiðir um at vaksa upp í Klaksvík.

Dagurin verður skipaður

sum hugnaløta við kaffi, te og onkrum afturvið og Alex Sólstein spælir undir til felagssangin.

Eldraráðið er bindilið ímillum tey eldru í kom-muni og kommununa og fer framyvir at hava ávirkan á førda eldrapolitikkin. El-draráðið hevur sent fleiri uppskot til býráði, nøkur av uppskotunum eru frá ráðnum sjálvum, ímeðan

onnur eru frá eldri fólki í samfelagnum.

Sum øll vita, so standa kommunurnar fyri at yvir-taka eldraøkið. Hesi up-pskot frá Eldraráðnum fara saman við øðrum tilfari at liggja til grund fyri eldra-politikkinum í kommununi.

Fyrr í ár útskrivaði El-draráðið eina búmerkja-kapping. Úrslitið av hesi kapping verður kunngjørt á

fundinum.Eldraráðið arbeiðir eisini

við at stovna aktivitetsból-kar, at hjálpa heimabúgvan-

di eldri og eldri á bústov-num at menna likamligan førleika.

Kemur ein grind aftur í Norðoyggjum í næstum, so eigur Klaksvík tørn at fáa grind, tí nú eru bara Klaksvíkin og Norðoyri eftir, ið ikki hava fingið grind býtta í heimapartar í seinastuni.

Orsakað av umlegging av skipanini við listunum yvir heimapartarnar, sum formanninir á grindabátu-num plaga at fáa sendan-di, heitir sýslumaðurin nú á formenninar um at geva politistøðini í Klaksvík eina teldupostadressu, sum politistøðin kann senda listarnar til.

Seinastu tvey árini hava formenninir ikki fingið nýggjar listar sendandi og

tí er umráðandi at kanna listarnar av nýggjum.

Listarnir verða ikki sen-dir sum bræv meira, tí hesa áheitan á formenninar á grindabátunum um at lata politistøðini ein teldupost, sum politistøðin kann samskifta við. Hetta kann gerast antin við at ringja, koma inn á støðina við teldupostadressuni, ella at senda hana sum teldupost til teldupostbústaðin hjá politinum í Klaksvik – [email protected]

Umleið 80 ymiskir ”grindabátar” ella grinda-listar eru í økinum undir Klaksvík, sigur Karl Johan-sen, sýslumaður.

60+hugnaløta hjá Eldraráðnum í Klaksvík

7. september verður dagurin hjá teim eldru í Norðoyggjum. Tá skipa Eldraráðið í Klaksvík nevniliga fyri panelfundi um støðuna hjá +60 í Norðoyggjum.

• Maria Olsen, forkvinna Eldraráðsins, bjóðar vælkomin og kunnar um Eldraráðið

• Elsba Lützen, Heimatænastan hjá Nærverki, greiðir frá um starv sítt• Annika Vágsheyg, Norðoya Røktar- heim (Niðristova), greiðir frá um starv sítt

• Alma Petersen, nevndarlimur í Lands- felag Pensionistanna, greiðir frá• Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, hugleiðir um at vaksa upp í Klaksvík

• Avdúking av búmerki til Eldraráðið - virðislønir verða lætnar• Felagssangur - Alex Sólstein hevur undirspæl

• Ókeypis ábit - smurt breyð, kakur, kaffi, te og vatn• Spurningar og kjak - orðstýrari Solby A. Christiansdóttir

Hjartaliga vælkomin Eldraráðið í Klaksvík

Skrá

Áheitan frá sýslumanninum á formenn á grindabátunum í Klaksvík

Page 15: Nordlysid nr 30 2013

NR. 30 HÓSDAGIN 5. SEPTEMBER 2013 15

Krabbameinsfelagið og Treysti skipað fyri stuðuls-renning í Klaksvík tann 28. September

”Bót til Bata”, ið er sjálv-hjálparbólkur hjá Krab-bameinsfelagnum, varpar á hvørjum ári ljós á bróst-krabba í Føroyum. Í ok-tober 2013 eru 25 ár liðin, síðani bólkurin varð settur á stovn. Tískil skipar ból-kurin í ár fyri ikki minni enn tveimum stórum tilt-økum.

Fyrra tiltakið verður í Klaksvík tann 28. septem-ber 2013, tá ið Bót til Bata og Treysti skipa fyri famil-jurenning. Seinna tiltakið

verður á torginum í SMS í Havn tann 1. oktober 2013.

Eitt sindur um stuðuls-renningina

Hóast alt ikki er komið upp á pláss enn, so eigur tú at seta tær kross í kalenda-ran tann 28. sept. 2013, tí tá fara vit at ”Stuðla bróstu-num og renna við!”. Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði kvinnur, menn, ung og el-dri.

Renningin verður skotin í gongd leygardagin 28. sept. kl. 14. Byrjað verður við KÍ-høllini í Klaksvík. Tú kanst velja at renna æntin 2 km ella 5 km. Endaliga skráin er ikki heilt liðug

enn, men nógv spennandi verður.

Nærri kunning um tilta-kið verður seinni.

Longu nú ber til at tek-na seg við at trýsta áher.Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Ynskir tú at stuðla Bót til Bata, ert tú vælkomin at lata gávur afturat á kr. 100. Allur pe-ningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til gransking av bróstkrabba og til ar-beiði í Bót til Bata.

GG: Gjaldast kann bert við Dankorti!

Fá alla familjuna at renna við og stuðlið bróstunum!

Í KlaKsvÍK:Klaksvíkar Fysioterapi, Bøgøta 348. september kl. 14.00–17.00.

Í Tórshavn:Fysioterapiin landssjúkrahúsið, J.C. Svaboesgøta 41-49 8. september kl. 14.00–16.00.

lágargarður, Stoffalág 84 8. september kl. 14.00–16.00.

Boðanesheimið, Yviri við Strond 958. september kl. 14.00–16.00.

havnar Fysioterapi, Tinghúsvegur 728. september kl. 14.00–16.00.

Bjartalíð Fysioterapi, Sundsvegur 6 8. september kl. 15.00–17.00.

Effekt Fysioterapi, Poul Juelsgøta 97. september kl. 15.00–17.00.

alTJóÐa FYsIOTEraPIDaGUr 8. sEPTEMBEr

Støkk inn á gólvið og fá eitt ókeypis prát við ein fysioterapeut.Kann ein fysioterapeutur hjálpa tær? Vikuskiftið 7.–8. september bjóða fysioterapeutar í Klaksvík og Tórshavn tær á vitjan.

Á www.fys.fo og á www.fysio.dk/dagen kann tú lesa meira um Altjóða Fysioterapidagin

FYsIOTEraPEUTFElaG FØrOYa

Page 16: Nordlysid nr 30 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

A� ur í ár bjóðar Nema til ráðstevnu, fyrilestrar og framløgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið Vinnan veit ‘13 verður fríggjadagin 13. september.

Vinnan veit ‘13 snýr seg um at hyggja frame� ir: Hvussu broytist kt-heimurin og hvat merkir hetta fyri fyritøkur og stovnar?

Umframt serfrøðingarnar hjá Nema fara altjóða fyritøkur sum Dell, Oracle, OKI eisini at hava framløgur.

Hygg frame� ir saman við okkum. Hjartaliga vælkomin til Vinnan veit ‘13. Tiltakið er ókeypis. Avmarkað pláss.

Betri stýring og størri vinning við samstarvi, skipanum og tøkni

Tilmelding á nema.fo

Stuðlar

Vinnanveit.13

Høvuðsrøða:

Næsta kt-kollveltinginPreben Mejer, Innovation Lab

Preben Mejer frá Innovation Lab verður høvuðs-røðari. Preben, sum Børsens Nyhedsmagasin skírir at vera mest nýskapandi kt-serfrøðingurin í Danmark fer millum annað at nema við Smart Computing, næstu kt-kollveltingina.

Heimsfrumsýning:

Lundin Financials 2014Kom til frumsýningina av nýggjastu útgávuna av Lundin Financials, mest brúktu fíggjarstýrings skipan í Føroyum. Í framløguni fara vit 30 ár a� ur í tíðina og vísa gongdina og menningina av hesi sólskins-søguni í føroyskari kt-søgu – frá Dos til Windows 8.

Tey, ið luttaka á ráðstevnuni við nýggjastu tøkni og so� ware eru:

Fá skránna sum appSkanna kotuna og fá skránna fyri dagin og les um fyrilestrarnar og fyrilestrahaldararnar.

AndroidiPhone

So� wareSolutions NaviPartner

LundinFinancials

LundinLøn