nordlysid nr 12 2015

48
NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00 BRÚKIÐ STYRKIRNAR HJÁ TEIMUM TRIMUM SJÚKRAHÚSUNUM Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík - lokala røddin síðani 1915 100 ár ”SJÚKRAHÚS TÆTT UPPAT GEVUR TRYGGLEIKA”

Upload: nordlysid

Post on 21-Jul-2016

287 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 12 Mikudagin 15. apríl 2015

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 12 2015

NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00

BRÚK IÐ ST Y RK IRN A R HJÁ TEIMUM TRIMUM S JÚK R A HÚSUNUM

Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík

- lokala røddin síðani 1915

100 ár

”S JÚKR A HÚS TÆ T T UPPAT GE V URTRYGGLEIK A”

Page 2: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 20152 100ÁR

Uppgávurnar hjá teimum trimum sjúkra-húsunum eiga at verða greitt orðaðar í nýggjari visión fyri heilsu-verkið, har styrkirnar hjá hesum sjúkrahúsum verða brúktar til fulnar

Tað er ov nógv av tilvil-darligum pástandum og uppskotum um, hvussu føroyska heilsuverkið skal skipast. Brúk er fyri einari nýggjari visión, har styr-kirnar í heilsuverkinum við trimum sjúkrahúsunum verða brúktar til fulnar, og har borgarar kring alt lan-dið fáa enn betri viðgerðar-møguleikar.

Kjakið um føroyska heilsuverkið snýr seg alt ov ofta um, hvussu stóra Landssjúkrahúsið skal leg-gja tey smáu sjúkrahúsini inn undir seg við sentralari leiðslu og niðurlaging av sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík.

Tað er ikki besta loys-nin fyri eitt framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum og fer ikki at loysa trup-ulleikarnar, sum stundum koma undan kavi í heilsu-verkinum.

Tað snýr seg heldur um at staðfesta teir óteljandi møguleikarnar við trimum sjúkrahúsum, har ein nýg-gjur bygnaður við greiðum mannagongdum og upp-gávum kann styrkja mun-andi um heilsuverkið.

Nýggjur heilsupolitik-kur eigur at orðast, og hesi skal tryggja, at fysiska, fíg-gjarliga og heilsufakliga tilfeingið í sjúkrahúsinum verður gagnnýtt enn betur, og har Heilsumálaráðið verður leyst av ítøkiligu

rakstrarsamskipandi upp-gávum av sjúkrahúsverki-num.

Hesin politikkur eigur at seta út í kortið og styrkja teir mongu møguleikar-nar við samstarvi og upp-gávubýti millum sjúkrahú-sini.

Tað er ikki bíligari atsavna alt á einum staðÚtrokningar vísa, at fyri at hava eitt best hóskandi sjúkrahús, skal belegnings-prosentið liggja um 75% til 80%. Tá eru útreiðslurnar lægri enn virði á tí, sum verður gjørt, og samstun-dis eru bíðilistarnir nærum burtur.

Hesar útrokningar tala sostatt fyri, at tað er skila-betri at flyta nakrar tænas-tur frá einum sjúkrahúsi til annað heldur enn at savna alt á einum stað, tí deildir á Landssjúkrahúsinum hava ein belegning sum liggur omanfyri 100%, sum altso ikki er optimalt, meðan hini bæði sjúkrahúsini hava ein belegning sum er undir 75%.

Her kundi verði peningur at spart.

Samanleggingar krevjaein meirkostnað á 12%Tá ið sjúkrahúsini ikki eru ov stór, verður samarbeiðið

meiri greitt. Tað gevur møgleika fyri tættari sam-arbeiði ímillum færri leika-rar, gjøgnumskygni verður betur og færri seráhugamál eru at verja.

Í stórum organisatiónum taka ting altíð tíð. Kan-ningar vísa at samanleg-gingar krevja ein meirkost-nað uppá 12 %.

Sostatt er her peningur at spara við at velja samstarv fram um dýrkandi saman-leggingar.

Vit verða noydd at gera okkara egna føroyska sjúkrahúsmodell Føroyar er eitt lítið land, sum er so ymiskt frá tei-mum londunum, sum vit vilja samanbera okkum við. Tí eru vit so nógv mei-ri bundin av samarbeiði

heldur enn av kapping. Føroya fólk eru eigarar av sjúkrahúsverkinum. Tí er umráðandi, at flest fáa sum mest.

Vegna hesar serligu um-støður verða vit noydd at gera okkara egna føroyska modell av sjúkrahúsver-kinum. Vit eru so fá og kunnu tí ikki kopiera mo-dell frá londunum uttan um okkum. Heldur mugu vit finna útav, hvørji serøki skulu finnast í Føroyum, og á hvørjum sjúkrahúsi hesi skulu vera.

Vit mugu finna fram til, hvørji serøki eru, har vitkunnu fáa serlæknar til Føroya, og á hvørjum økjum, tað er skilabest og tryggast at senda sjúklingin av landinum.

Danir illa fyri av at niður-leggja smáu sjúkrahúsiniÍ Danmark eru tey komin illa fyri av at niðurleggjas-máu sjúkrahúsini. Borga-rarnir eru misnøgdir um, at frástøðan er blivin alt ov long til skaðastovurnar, og bíðitíðirnar eru blivnar óhugnaliga langar.

Sjúklingarnir eru alt ov nógvar tímar á landaveg-num, og útbúgvingin av sjúkraflutnings tænastuni hevur kravt nógv meir, enn tey, ið skipaðu fyri, høvdu ímyndað sær, bæði í mun til tað fíggjarliga, útgerð og útbúgving.

Borgararnir hava sostatt fingið eina verri tænastu,og hevur tað ført til, at tað á fle-iri støðum eru latnar uppaf-tur “nær skadestuer” fyri at røkka politiska málinum

um, at sjúklingar ikki skulu hava meira enn 30 km. til nærmastu heilsutænastu, og at bíðitíðirnar á skaða-stovunum ikki skulu vera meiri enn ein hálvan tíma. Politiskt er eisini avgjørt, at viðgerðin skal vera byrjað innan 4 tímar av teimum sjúklingum, sum eru kom-nir inn á sjúkrahúsið.

Vit mugu minka um útreiðslurnar, betra um kvalitetin, økja um produk-tivitetin, stýra eftir proses-sum og hyggja uppá logi-stikkin,fyri at minka um óneyðugar handlingar, men samstundis er púra greitt, at vit her á landi ikki mugu gera somu mistøk, sum danir hava á sjúkrahúsøki-num.

Tí vil eg staðiliga heita landsstýrismannin í heil-sumálum um at avslutta og seta í verk arbeiði sítt at fin-na fram til rættasta leistin fyri tey trý sjúkrahúsini, soleiðis at tað kann festast niður á blað, hvat skal vera á hvørjari eind, tí fyrr enn tá verður ikki grundarlag fyri at skapa eitt væl virkandi sjúkrahúsverk Føroya.

Klaksvík, 13. apríl 2015 Jógvan SkorheimBorgarstjóri í Klaksvík

BRÚK IÐ ST Y RKIRNA R HJÁ TEIMUM TRIMUM S JÚK R A HÚSUNUM

Page 3: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 3100ÁR

Oliver Joensen avmyndaður umborð á norska kavbátinumKNM UTSTEIN áFøroya Sjómannadegi 2011

Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

ynskir Nor�lysinumhjartaliga til lukku vi� 100-ára degnum

Page 4: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 20154 100ÁR

L E I Ð A R I N

Tøkk

Vit takka hjartaliga øllum tykkum,sum gleddu okkum á diamantbrúdleypsdegnum

19. februar 2015. Tøkk fyri gávur, blómur, uppringingar og heilsanir.

Serlig tøkk til tey nærmastu, sum gjørdutað møguligt at hátíðarhalda dagin

í Bowlinghøllini í Leirvík.

Gleðiligar páskir.

Bestu heilsanirMargreta og Jóhan Jákup Gullaksen

Klaksvík AðalfundurAðalfundur hjá Klaksvíkar Dansifelag verður

sunnukvøldið 19.apríl 2015 kl. 20.30 í Skálanum.

Skrá sambært lógum felagsins.

Nevndin

TøkkHjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt

sýndu samkenslu og hjálp, tá ið elskaða kona,mamma, vermamma, dóttir og systir okkara

Dania Johannesenf. 09.01.1960, d. 12.02.2015

andaðist og varð jarðað.

Tøkk til familju, vinfólk, grannar og onnur, ið hjálptu okkum so væl.

Tøkk til starvsfólkið á deild M á KlaksvíkarSjúkrahúsið og deild G4 á Landssjúkrahúsium.

Tøkk til Hanus á Gørðum prest, Albin Johannesen og Gertrud Váðklett.

Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravarar, bilførarar og berarar.

Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, mat, køkur og annað.

Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátthjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur,

kransar og peningagávur til Emmaus.

Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldastað.

Familjunar vegnaGunhard, Andri, Leif, Durita,

Marita, Sigrid, Daisy, Thorbergog Petur Martin.

Hósdagin 16. apríl havaElin og Jørleiv Syderbø, Húsar,

Silvurbrúdleyp.

Dagurin verður hildin í bygdarhúsinumá Húsum frá kl. 16.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Silvurbrúdleyp

Søgan um okkara lokalblað, ið hevur megnað at yvirlivað búskaparkreppur og annað mangt, man vera kend av teim flestu.

Tó kann eg ikki lata vera við at nevna Símun Pe-tur Zachariassen, Hákun Djurhuus, Símun Han-sen, Óla Dahl, Berg Jacobsen, Johnbert Poulsen og HF næmingarnar, ið hava hildið blaðið gan-gandi í ymisk tíðarskeið.

Tað var á sinni, Klaksvíkar Prentsmiðja, har Ewald Kjølbro var stóri eigarin, ið gav blaðið út í 30unum og fram til 1976.

Um hetta mundið riggaði Ewald av at kalla, tí ein dagin møtti hann upp hjá mær, (Oliver Joensen, blaðstjóra) og spurdi um eg vildi keypa navnið Norðlýsið.

Frammanundan hevði eg arbeitt á Klaksvíkar Prentsmiðju sum bókhaldari og setari nakrar tí-mar um dagin. Eisini høvdu vit báðir Eigil Hentze staði fyri blaðnum í 1974.

Blaðið bleiv tá keypt, saman við Eigil Hentze, Símin Michael Poulsen, Óla Heinesen og Lassa Klein.

Tað er væl kent, at tað hevur ikki verið uttan stríð at blaðið er komið út alla hesa tíðina síða-ni, hóast steðgir hava verið inn ímillum. Men alla tíðina hevur tað tó eydnast at fingið gongd aftur á blaðið við góðari hjálp frá ymiskum síðum.

Skal eg siga tað sum tað er, so havi eg alla mína tíð trú uppá at tað skuldi bera til at hava eitt slíkt blað koyrandi í Klaksvík, og nógvar ymiskar hugsanir og royndir hava verið gjørdar við blað-num gjøgnum tíðirnar. Summar hava hildnast væl í byrjanini, fyri síðani at ganga minni gott, aðrar hava kosta dýrt, tí tær bóru ikki á mál, men samanumtikið kann eg siga, at tað alla tíðina he-vur verið sera spennandi og gevandi at fáast við blaðið.

Eitt skifti var ein roynd gjørd at prenta blaðið her á Rygsvegi 3. Keyptar vóru dýrar maskinur, bæði prentmaskinur, myrkakamarútgerð og setiút-gerð. Prentarar vóru settir í arbeiði, bæði til se-ting og umbróting og eisini at prenta. Hugsanin var tá, at við at hava egna pressu, kundu vit eisini átaka okkum aðrar prentiuppgávur, tí nógv var til av slíkum tá.

Men hetta var tíðin, tá frambrotini byrjaðu innan nýggja tøkni, nevniliga byrjanin til teldutíðina. Hetta gjørdi at prentlutir alt meira og meira dut-tu burtur. Fyrst vóru tað nálaprentarnir til teldur-nar, ið fóru avstað við prenting av fakturum, kon-voluttar við áprenti vóru bíligir í stórum nøgdum úr Danmørk og so fram.

Tað bleiv sum leið fram ov dýrt at prenta blaðið sjálvir á arkpressu og at lata børn og konur falsa og leggja inní, so komið var á eitt vegamót. Vit máttu tað tungu gongd til rotatiónspressurnar í Havn at prenta Norðlýsið. Tað var ein harður biti at svølgja, men har var onki at gera, nýggju off-set rotatiónspressurnar kundu prenta so bíligt, at vit nærum ikki fingu avíspapír í ørkum til eitt blað, fyri sama prís, sum rotatiónirnar kundu

Norðlýsið í føroyska blaðheiminum

prenta fyri.

Soleiðis hevur gingið nógv tey seinastu árini.

Trúgvin uppá at grundarlag hevur verið fyri einum lokalblað í Klaksvík hevur verið tað berandi hjá mær hesi seinastu 40 árini. Tað byrjaði við at eg arbeiddi á Dávavirkinum og í fólkaskúlanum um dagin, í Kv-øldskúlanum og Handilsskúlanum tíðliga um kvøldi, og so kom Norðlýsið, seinast á kvøldinum og manga náttina, ikki bert hjá mær, men serstekliga Eigil Hentze var drúgvur og so familjur og børn og arbeiðisfelagar.

Seinastu nógvu árini hevur Norðlýsið verið eitt gott arbeiðispláss. Vit eru trý fólk í føstum starvi, ið arbeið á Norðlýsinum burturav, afturat okkum hava vit free-lance fólk. Sigast skal at lønirnar eru ikki høgar, men í dag megna vit at gjalda okkara rokningar, og tað er væl sagtans tað í umræður. Tað seinasta hava vit minni enn so altíð megna. At vit eru komin á hetta støði er sjálv-

sagt stjóranum, John Williami Joensen, ið tekur sær av dagligu leiðsluni og Hannefíu Joensen, sum hevur kre-agtiva partin um hendir.

Lat meg her eisini nýta høvi at takka Agnari á Dul og hansara sterku roknskaparmanning fyri eitt langt og dygdargott samstarv.

Ímorgin er Hósdagur 16. Apríl, sama dag fyri 100 árum síðani kom blaðið út á fyrsta sinni. Í hesum samban-di hava vit móttøku á Rygsvegi 3 og tað er okkara vón at síggja so mong sum gjørligt her á redaktiónini. Opið hús er frá kl. 10 um morgunin, men klokkan 14 er grísurin stoyktur og tá fara røður at vera hildnar eins og streaming verður beinleiðis á heimasíðuni www. Nord-lysid.fo

Oliver Joensen, blaðstjóri

100ÁR

Page 5: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 5100ÁR

trygging.fo

Vit ynskja Norðlýsinum og tess mongu lesarum hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum, og takka fyri 100 minnilig og gevandi ár.

Trygg eru heimatún.

Við vón um eina trygga og eydnuberandi framtíð í einumfjølbroyttum føroyskum miðlalandslagi.

Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum

Page 6: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 20156 100ÁR

St. Kilda eftir Tom SteelTýtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Nú so nógv verður tosað um at fólkið flytur úr Føroy-um og úr smær-ri samfeløgum og oyggjasam-feløgum, fara vit at prenta brot úr størri frásøgn um oyggjaból-kin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúg-vandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.

Ewan GilliesEwen var føddur í 1825 og var øll síni barnaár á oynni, og tá tíðin kom at seta búgv, giftist hann við dóttrini hjá einum úr eldraráðnum. 26 ára gamal gjørdi hann av at flyta og royna eydnuna í Avstralia. Hann seldi sína croft, innbúgv og tað, sum ikki kundi takast við, fyri 17£, og gjørdi av at fara til Avstralia við síni ungu brúður. Har fekk hann ar-beiði at gera múrsteinar.

Tá hálvt ár var gingið, segði hann upp og fór at ferðast. Í tvey ár royndi hann seg sum gullgrava-ri í Virginia. Hann hevði eydnuna við sær og keypti

sær ein garð (farm), og tvey ár seinni fór hann til New Zealands at grava eftir gul-li. Kona og børn vóru eftir í Melburne. Minni enn tvey ár eftir var hann aftur í Avstralia; men nú var kona hansara, sum helt, at hon hevði sæð hann fyri sei-nastu ferð, gift við einum øðrum. Vónbrotin, men ikki mótfallin fekk hann sær pjøkan á nakkan og fór til Norður Amerika.

Eins og mangur uttan oyra í lummanum fór hann inn í herin. Eftir at hava fingið nøkur oyru, rým-di hann úr hertænastuni, tí hann hevði frætt, at teir høvdu funnið gull í Califor-nia. Í seks ár arbeiddi hann við at grava gull og hevði stóra eydnu við sær. Við sí-num ríkidømi gjørdi hann av at fara til Avstralia at krevja aftur børnini. Í móti sínum vilja gekk konan at enda við til at lata børnini frá sær, og Ewan, sum ikki vildi vera longur í Avstra-

lia, pakkaði saman og fór við síni ogn við skipi í 1871 um London og Glasgow til St. Kilda. Her varð hann boðin vælkomin at vera av øllum, men fyri ein mann, sum hevði verið runt í hei-minum, hevði St. Kilda lítið at bjóða, so bert fýra vikur eftir var hann við børnu-num á veg til Amerika.

Ellivu ár seinni, nú fa-miljan hevði funnið sær verandi bústað í nýggju verðini, kendi Ewan aftur sterka trá eftir at fara til St. Kilda. Enn einaferð stevndi

hann móti síni føðioyggj. Men hesa ferð høvdu teir á St. Kilda fingið nóg mikið av honum, so eftir stuttan steðg kendi hann seg ikki vælkomnan á oynni og fór til Melbourne. Men hann hevði tó verið nóg leingi at gerast ásttikin í eini lo-kalari gentu. Men nýggja brúðurin orkaði ikki veður-lagið í Avstralia og fekk he-imlongsil. So átta mánaðir seinni var parið aftur á St. Kilda.

Men á St. Kilda høvdu teir einki álit á manninum

longur, so teir fingu hann at fara av aftur oynni. Ewan slapp sær í fyrsta bátin av oynni summarið 1889 og flutti til Canada, har hann livdi restina av lívinum.

Vanliga gloymdu vitjan-di ikki, hvussu gestablíð fólkini á St. Kilda vóru. Ein fyrrverandi skúlalæra-ri skrivaði, “at fólkini vóru óvanliga vinarlig móti mær, heilt øðrvísi enn tá eg møt-ti teimum við lendingina. Men tú mást búgva saman við teimum eina tíð fyri

rættiliga at kenna tey”. Ofta máttu tey vera ver-

tur fyri óeydnusomum fólkum, sum vóru stran-dað har á oynni. 17. januar 1876 strandaði 880 tons stóra eysturríkska skipið Peti Dubrovacki. Tríggir av teim skipbrotnu saman við kapteyninum gistu hjá prestinum, meðan teir vóru á oynni. Hinir seks vóru hjá oyggjabúgvunum, og hvørt heim tók ein ella tveir teir-ra nakrar dagar upp á skift, og vístu tey seg at taka sær ógvuliga væl av hesum neyðstøddu. “Eg sá sjálvur ein mann taka eitt nýtt kot úr skápinum, har tað hevði ligið, og geva unga manni-num tað at ganga í, meðan hann var her. Hann sat og skalv í oljuklæðunum.” Teir á St. Kilda høvdu ikki bert hoyrt líknilsi um mis-kunnsama samariubúg-van, men teir fylgdu tí til fulnar. Fólk, sum liva undir tílíkum umstøðum og sak-ni, duga at hava samkenslu við teimum, sum koma un-dir somu umstøður. Men at fáa nýggju munnar aft-urat at metta høvdu tey illa møguleika fyri. Hetta var mitt um veturin, og bátu-rin var ikki væntandi aft-ur fyrr enn einaferð móti vári. John Sands skilti, at neyðugt var onkursvegna at koma í samband við me-ginlandið, annars fóru bæði fólkið á St. Kilda eins og hesir óbodnu gestirnir at doyggja í hungri.

Sands fekk eitt hugskot, tá hann sá, at tey nýttu “rør-strá” í vevunum. Teir søgdu, at hesi vóru komin rekandi og funnin niðri við stron-dina, so hann metti, at tað var við golfstreyminum, tey vóru rikin til Hirta. Hann helt tí, at sami streymur kundi nýtast at senda eitt bræv frá St. Kilda og inn á meginlandið. Í januar 1877 fór hann undir at gera eitt far, sum kundi bera boðini inn á meginlandið og boða frá støðuni og um teir skip-brotnu eysturríkararnar.

EIN LÍTIÐ Ø VUNDA-VERD TILVERA

6. partur St Kilda

Stromness í ørkenoyggjunum um 1850

Fleiri ættarlið á St Kilda

Page 7: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 7100ÁR

“Tann 29. januar gjørdust skiparin og manningin av Peti Dubrovacki áhugaðir í hesum holabátinum, sum eg hevði telgt úr einum rekatræ,” skrivaði Sands. “Eg hevði skrivað eitt bræv og lagt tað niður í lastina í eini fløsku. Manningin, sum var glað fyri at sleppa upp í at gera okkurt, hjálpti mær at rigga til og hanga jarn upp undir, so “bátu-rin” fleyt beint og eisini við at tetta dekkið. Vit bíðaðu við at seta holabátin á flot, til hann kom av útnyrðingi vestri, sum vit vónaðu vildi føra hann til Uist ella onku-staðni á leið, har postur var. Vit settu eitt lítið segl á, og eg brendi við eini gløðandi jarnstong niður í dekkið, “Opnið hetta!”

Skiparin kom við einum bjargingarbelti, sum var ko-mið úr strandaða skipinum, og segði, at hann ætlaði at senda tað við. Eg skeyt upp, at vit hongdu eina fløsku við einum boðum til eys-turríkska konsulin, og at vit settu mastur og lítið segl á. So varð gjørt, og bjar-

gingarbeltið tveitt í havið og fór spakuliga undan vindinum. Eingin okkara hevði nakra vón um, at het-ta runda far fór at gera na-kra nyttu. Tað var sent tann 30. januar, og so løgið tað ljóðar, so varð tað funnið á Birsay í Orkneyoyggjunum tann 8. februar, og varð sent til Lloyds í Stromness. So tað tók bert níggju dagar at dríva henda langa vegin.

Tann 5. februar sendu vit holabátin, og útnyrðingur vestan helt sær nakrar da-gar. Hann kom til Poolewe í Ross-shire, har hann varð funnin liggjandi á einum sandrivi tann 27. februar. John Mackenzie fann hann og sendi brævið víðari.

Tað var fyrsti postbátu-rin, sum kom okkum til hjálpar. Tann 22. februar kom HMS Jackal til St. Kilda og tók teir níggju menninar og John Sands inn á meginlandið. Tá vóru oyggjabúgvarnir givnir at eta havragreyt og breyð. Soleiðis helt tað fram í enn

tríggjar mánaðir, til slup-pin hjá faktorinum kom við korni, sukur, te, salti og øðrum viðføri til teirra. Hesin provianturin varð goldin við 100£ av Eystur-ríki sum tøkk fyri vælvild og gestablídni móti teirra skipbrotnu.

Fólkið á St. Kilda var bil-sið av einum so primitivum máta at boðsenda, sum he-sin postbáturin hjá John Sands. Hetta var tí hildið at vera ein møguleiki at fáa samband við meginlandið. Fyrrverandi “postbátarnir” vóru einfaldari: bert eitt rekatræ, sum varð holað so frægt, at har kundi vera eitt bræv og eitt sindur av pengum fyri frímerki, og so lokað við biki ella harpiks. Seinni plagdu teir at han-ga eina blásta seyðabløðru uppí og saman við einum toyklodda til flagg, so tað skuldi síggjast betur á sjó-num.

Umleið 1900 gjørdist kakao væl umtókt á Hir-ta. Í staðin fyri rekavið, so varð eitt átta punds blikk av

Van Houton kakao hildið at vera virðiligari at føra po-stin. Postbátarnir við einum penny til frímerki vóru vanliga settir á sjógvin frá klettunum við Oiseval, og sum ættin var, so endaðu teir viðhvørt heilt upp í Noreg. Teir vórðu nýttir av oyggjabúgvunum sum sei-nasta bjargingin, tá illa stóð til, men kanska av og á sum undirhald fyri ferðafólk.

Men tá saman um kemur, so var “St. Kilda postbátu-rin” ein romantiskur leikur, givin fólkinum á St. Kilda av meginlandinum. Oyg-gjabúgvarnir nýttu aldar-gomlu framferðina at gera varan við seg, um teir vóru í trongstøðu. Teir glaðaðu av

hægstu tindunum, og kundi tað í klárum veðri síggjast í havsbrúnni av fólki á Lewis ella Harris.

Fyri størsta partin av søgu St. Kilda, so var sambandið við meginlan-dið meira tilvildarligt enn neyðugt. Samfelagið var sjálvhjálpið og bert bundið av, at umboð fyri eigaran eina ella tvær ferðir árliga kom eftir avgjaldinum og kom við týdningarmiklari neyðsynjarvøru, so sum salt og sáðkorn.

Hvørji enn mistøkini vóru, so livdu tey á St Kilda eina lítið øvundaverda til-veru. At skaffa føði var tað, sum teir stúrdu fyri ár út og ár inn. Teir vóru noyddir

at fáa tað frægasta burtur úr tí, sum oyggjarnar góvu og stríðast fyri at yvirliva. Harafturat livdu teir í ótta-num fyri, at møguleikin at fáa sær føði til vega hvørja løtu kundi gleppa teimum av hondum vegna veður og sjúku. Púra avbyrgdir frá restini av umheiminum so var tað bert lordurin av Dunvegan, sum kundi bjar-ga teimum frá at doyggja hungursdeyðan.

Framhald í næsta blað

Søkt verður við hesum eftir ei-num maskinfólki/handverkara til IRF at byrja 1. mai 2015 ella skjótast til ber.

Arbeiðið fevnir um:1. Viðlíkahaldsarbeiði2. Vaktararbeiði3. Annað fyrifallandi arbeiði in-nan IRF

Tað er ein fyrimunur, um ums-økjarin hevur viðkomandi út-búgving, so sum maskinmeista-ri, elektrikari ella maskinsmiður og hevur góðan teldukunnleika. Neyðugt er, at tann ið settur verður í starv, er førur fyri at ar-beiða sjálvstøðugt.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsge-varafelagið og avvarðandi fak-felag.

Umsóknir, saman við prógvum og møguligum viðmælum, sku-lu sendast til IRF, Víkarvegur 107, FO-520 Leirvík, ella til teldupost [email protected], og skulu vera okkum í hendi innan fríggjadagin 24. apríl 2015.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 414243 ella 234214.

IRFVíkarvegur 107520 Leirvík

Maskinfólk ella handverkari

IRF - Tel. 414243 - Fax: 414244 - Postboks 39 - FO-520 Leirvík - [email protected] - www.irf.fo

HMS Jackal

Hann flotar postbátin

Postbátur frá St Kilda

Page 8: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 20158 100ÁR

kr

ea

Boks 139, Heiðavegur 26, 600 SaltangaráTel 41 70 00, [email protected]

www.runavik.fo

• fakligar avbjóðingar• eitt arbeiðsøki í menning • skeið og supervisión

Førleikakrøv• námsfrøðingur við viðkomandi royndum og/ella eftirútbúgving• førleika at motivera og inspirera samstarvsfelagar• áhuga í menningararbeiði á dagstovnum• førleika at hugsa í resoursum og møguleikum• evni at samstarva við aðrar myndigleikar á økinum• teldukunnleiki á brúkarastøði

Starvs- og setanarviðurskiftiStarvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara- felagið og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vitavið at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á telefon 417000, ella teldupost [email protected]

Umsóknsaman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Runavíkar kommunu íhendi í seinasta lagi 22. apríl 2015,kl. 9.00.

Runavíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðiligum ráðgeva og samskipara til dagstovnaøkið at byrja 1. mai 2015 ella eftir nærri avtalu.

StarviðTann setti kemur at starvast á Sosialu deild og skal í samstarvi við dagstovnar- nar í kommununi arbeiða við námsfrøði- ligari menning og ráðgeving. Ein týðandi partur av starvsøkinum verður ráðgeving og uppfylging í meningartilboðum til børn við serligum avbjóðingum. Samskipandi leikluturin liggur í at veita sosialdeildarleiðaranum og leiðarunum á dagstovnaøkinum ráð um, hvussu námsfrøðiligu tilboðini kunnu mennast og samskipast. Talan er um eitt nýtt starv, har tann setti fær høvi at verða við frá byrjan at menna starvsinnihaldið og tann leist,ið arbeitt verður eftir. Ætlanin er at veita námsfrøðiliga ráðgeving, konsultatión, supervisión, skeiðvirksemi og onnur fakliga mennandi tiltøk á dagstovnaøkinum.

Vit kunnu bjóða• eitt spennandi og gott arbeiðs- umhvørvi • eldhugaðar samstarvsfelagar á dag- stovnaøkinum

Námsfrøðiligur ráðgevi og samskipariRunavíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðiligum ráðgeva og samskipara til dagstovnaøkið at byrja1. mai 2015, ella eftir nærri avtalu.

KULTURKONTAKT NORD, NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM, KLAKSVÍKAR KOMMUNA, MENTAMÁLARÁÐIÐ OG MENTANARGRUNNUR LANDSINS

SKRÁ Í KLAKSVÍK 17.00: Vælkomin – Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu 17.05-17.45: Norðurlendskir stuðuls­møgu leikar til mentan og list – Søren Staun, programráðgevi, Kulturkontakt Nord 17.45-18.00: Hvør ger av, hvør skal hava stuðul? Arbeiðið hjá teimum serkønu – Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu og serkønur 18.00-18.30: Stuðulsmøguleikar frá Mentanargrunni Landsins og Menta­mála ráð num – Steintór Rasmussen fyri Mentanargrunn Landsins og Martin Næs, deildarstjóri á Menta mála ráð­num eru við á fundinum og greiða frá 18.30-19.00: Vit fáa ein bita 19.00-19.10: Soleiðis skrivar tú eina góða umsókn – Søren Staun, programráðgevi, Kulturkontakt Nord 19.10-19.30: Spurningar og kjak 19.30-20.30: Persónlig ráðgeving til umsøkjarar, sum hava eitt liðugt uppskot til verkætlan – Søren Staun, programráðgevi, Kulturkontakt Nord (10 min. verða settir av til hvønn)

TÝSDAGIN 21. APRÍL 2015 KL. 13.00-16.30 Í NORÐURLANDAHÚSINUM Í TÓRSHAVN

SKRÁ Í TÓRSHAVN 13.00: Vælkomin – Inger Smærup Sørensen, verkætlanarleiðari 13.05-13.45: Norðurlendskir stuðulsmøguleikar til mentan og list – Søren Staun, programráðgevi, Kulturkontakt Nord 14.00-14.15: Hvør ger av, hvør skal hava stuðul? Arbeiðið hjá teimum serkønu – Søren Staun og Jákup Zachariassen, tónleikari, framleiðari og fyrrverandi serkønur 14.15-14.30: Kaffisteðgur 14.30-15.00: Stuðulsmøguleikar frá Mentanargrunni Landsins og Mentamálaráðnum – Jóanna Djurhuus fyri Mentanargrunn Landsins og Martin Næs, deildarstjóri á Mentamálaráðnum eru við á fundinum og greiða frá 15.00-15.10: Soleiðis skrivar tú eina góða umsókn – Søren Staun, programráðgevi, Kulturkontakt Nord 15.10-15.30: Spurningar og kjak 15.30-16.30: Persónlig ráðgeving til umsøkjarar, sum hava eitt liðugt uppskot til verkætlan – Søren Staun, programráðgevi, Kulturkontakt Nord (uml. 10 min. verða settir av til hvønn)

&Kunningarfundir um føroyskarnorðurlendskarstuðulsmøguleikartil mentan og list

TØRVAR TÆR

FÍGGJARLIGAN STUÐUL

TIL EITT MENTANAR-

ELLA LISTAVERK?

HETTA OG NÓGV ANNAÐ KANST TÚ KUNNA TEG UM, TÁ KULTURKONTAKT NORD, NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM OG KLAKSVÍKAR KOMMUNA Í FELAG

SKIPA FYRI KUNNINGARFUNDUM UM FØROYSKAR OG NORÐURLENDSKAR STUÐULSMØGULEIKAR TIL MENTAN OG LIST

VILT TÚ KANNA, SAMSKIFTA VIÐ ONNUR ELLA VÍSA TÍNI VERK FRAM

Í HINUM NORÐURLONDUNUM ELLA BALTISKU LONDUNUM?

Nær og hvar?MÁNADAGIN 20. APRÍL 2015 KL. 17.00-20.30Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í KLAKSVÍK

ERT TÚ UNDIR 30 ÁR OG HEVUR TØRV Á STUÐLI TIL POLITISKT, SOSIALT ELLA MENTANARLIGT VIRKSEMI VIÐ BØRNUM ELLA UNGUM ÚR HINUM NORÐURLONDUNUM?

Norðurlandahúsið í Føroyum

KEYP NORÐLÝSIÐSUM PDF

Page 9: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 9100ÁR

Yviri við Strond 2 · Postsmoga 34 · FO-110 Tórshavn

Tlf: 348 000 · [email protected] · www.tfholding.fo

Dagsskrá:

1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári

2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins

3. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera. Til fundin eru uppskot komin um at broyta viðtøkurnar: um val av fundarstjóra til aðalfundin, um ásetingarnar viðvíkjandi avlopi ella tapi, sambært roknskapinum, um at framskunda aðalfundin til í seinasta lagi ultimo apríl og um at víðka freistina úr 8 døgum til 14 dagar, tá tilfarið til ársaðalfundin skal vera tøkt

4. Val av nevndarlimum. • Aðalfundarvaldir, ið standa fyri vali: Gunnar í Liða, Árni Jakobsen og Ingeborg Godtfred Tilráðingarbólkurin hevur skotið upp, at aðalfundurin velur millum hesi valevni: • Gunnar í Liða, Master of Science (M.Sc.) Economics • Árni Jakobsen, Civil verkfrøðingur • Leif Abrahamsen, Cand. Merc. • Elisabeth Eldevig, Master of fishery science

5. Áseta samsýningar til Umboðsráð, nevnd og tilráðingarbólk samsvarandi uppskoti frá Tilráðingarbólkinum

6. Val av grannskoðara

7. Ymiskt

Allir tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í felagnum. Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 2 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða høvuðsskrivstovuni frá luttøku.

Boða frá luttøku á www.tfholding.fo ella send okkum skriv,sí adressuna niðanfyri.

Tórshavn, 1. apríl 2015Nevndin

Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag TryggingartakarannaFríggjadagin 24. apríl 2015 kl. 17.00 í hølunum hjá Eik Banka, Yviri við Strond 2

Ársaðalfundur

Page 10: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201510 100ÁR

LÍV ger teg tryggari á sjónum

Manningin á Rescue LÍV mælir til, at tú fylgir hesum leisti, um tú kemur í havsneyð:1. Gev boð gjøgnum VHF rás 16.- Um hetta ikki ber til so ring: 1-1-2 (alarmsentralin)- Eisini ber til at ringja: 35 13 00 (MRCC)- Uppgev altíð eitt fartelefonnummar

2. Lurta á VHF rás 16 og hav fartelefonina tøka- So fáa vit samskift við teg

Jens HansenUmsjónarmaður á Rescue Lív.

LÍV er høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV

Page 11: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 11100ÁR

Skós

599,-36-41

599,-37-42

599,-36-40

399,-36-41

399,-36-41699,-

3-8 BREIDD H

699,-36-41

529,-36-40

599,-36-39

399,-36-40

599,-36-39

489,-41-46

1300,-41-46615,-

36-41

369,-40-46 819,-

41-46

639,-40-46

819,-39-41

739,-42-47

499,-36-39

499,-36-39

300,-19-30

499,-27-35

499,-27-35

359,-19-24

359,-19-24

449,-21-26

449,-21-26 589,-

30-35

289,-25-32

289,-25-32

245,-28-35

245,-28-35

269,-30-35

249,-28-36

249,-28-36

359,-32-39

479,-25-32

449,-25-29

389,-19-24

389,-19-24

399,-28-35

429,-28-35

børn

Vár 2015SKÓGVARNIR TIL

harrar

1199,-41-48

frítíð

Hjá Skós | Stangavegur 14 | 700 Klaksvík | Tel. 455057

Hjá Skós

TIL ELDRI FØTURFÆST EISINI TIL DAMUR

smáar føtur

ungar føtur eldri føtur

stórar føturPEPPERONIGABORSIXMIXJOSEF SEIBELTAMARISDUFFYVIKINGHELLY HANSENKANGAROSKENNEDYPRIMIGI

Page 12: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201512 100ÁR

Viðlíkahaldsfrítt

Aluminium er helst mest brúkta tilfar at tekja við í Føroyum seinastu árini. Aluminium er sera haldført, og fæst við heilt upp til 25 ára garanti móti gjøgnumtering. Vit hava fleiri litir og profilar at vejla ímillum.

Sjálvsagt goymsluføra vit eisini alt til tróður, s.s. bjálving, tróðurplátur, dúk, listar og lektir.”

heildarloysnir so sum:

Plastklæðingog bjálVingVit umboða dygdarhúsa klæðningin úr plas. Týski klæðningurin er sera væl egnaður til føroyskaveðurlagið.

10 ymiskir litir eru at velja í,og horn og listar fáast í somu litum.

Brettini eru heili 6 metur til longdar.

alu tak, takrennurog tróður

Page 13: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 13100ÁR

Arnold Joensen, ið flestu munnu kenna frá KÍ og timburhandli-num á Varpinum, er nú umboð fyri Sandavágs Timburhandil í Norðuroyggjum.

Eg havi verið eina tíð burtur úr fakinum, men 22 ár í timburhandlinum blíva ikki bara burtur, so tá eg hevði verið aðrastaðni í nøkur ár, gjørdi eg av at royna aftur, men hesaferð sum sjálvstøðugt umboð.

Sandavágs Timburhandil hevur í nógv ár verið tim-burhandilin fyri nærøkið, fyrst og fremst sum

høvuðsveitari av tilfari til byggivinnuna og seinni ei-sini til privat viðskiftafólk vesturi í Vágunum.

Seinni árini hava sam-

felagsligar broytingar av ymsum slag tó gjørt, at viðskiftagrundarlagið er víðkað. Sandavágs Timbur-handil stendur í dag fyri fle-iri verkætlanum av ymsum slag kring Føroyar, bæði tá tað snýr seg um at smíða sethús, íbúðarbygningar, hallir o.a., og vit koyra byg-gitilfar til viðskiftafólk um alt landið, í Klaksvík eru vit hvønn dag.

Tá teimum nýttist eitt umboð í Klaksvík, orsakað av nógva virkseminum hjá Sándavágs Timburhandli her í nærumhvørvinum, tók eg av.

Eg eri sera væl nøgdur við samstarvið, tí Sanda-vágs Timburhandil klárar væl at kappast við hinar

timburhandlarnar og ikki minst hava vit góða og skjóta levering. Bilur koy-rir, sum sagt, til Klaks-víkar hvønn dag.

Júst nú hava vit havt stórar veitingar til Tekniska Skúlan í Klaksvík. Vit hava annars veitt tilfar til fleiri sethús og eisini til umbyg-gingar og ábøtur, ið verða gjørdar á hús og bygningar.

Arnold Joensen sigur, at Sandavágs Timburhan-dil gevur tilboð upp á alt byggitilfar, onki er ov stórt og onki ov smátt. Øll eru vælkomin at ringja til mín, sum ynskja eitt gott tilboð upp á byggitilfar, tað verið seg timbur, loft, gólv snøgt sagt alt tað ið Sandavágs Timburhandil bjóðar, og tú fært tað koyrt til dyrnar. Te-lefonnummarið hjá mær er 532708.

SANDAVÁGS TIMBURHANDILUMBO Ð Í NORÐOYGGJUM

Page 14: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201514 100ÁR

Tað er politiskt avgjørt, at trý sjúkrahús skulu virka í Føroyum. Hetta krevur, at politikarar skipa so fyri, at hesi fáa virkað.

Størsta avbjóðingin lig-gur í, at vit skipa tey trý sjúkrahúsini, so grundarlag er undir øllum trimum, ei-sini tí í Klaksvík.

Sjúkrahús ella endurvenjingarmiðstøðTað er rættiliga avgeran-di, at vit í Klaksvík framhaldandi hava eitt sjúkrahús. At vit ikki av-montera økir og í staðin fáa okkurt heilt annað –kan-ska eitt uppvenjingarstað. Vit skulu halda fast við at hava tær uppgávur og teir fasilitetir, sum hoyra til eitt sjúkrahús. Við nýggjari tøkni og tilrættalegging ber hetta væl til, um vit samski-pa væl og tryggja, at akut-tar innleggingar og ætlaðar innleggingar ganga saman, og virksemi er rímiligt og skilagott. Vit kunnu fáa eitt enn betri viðgerðartilboð í Føroyum, duga vit at fylgja framburðinum og fáa bur-tur úr.

Sjúkrahús og útjaðariVit hoyra aftur og aftur, at heilsuverkið snýr seg um faklig viðurskifti og ikki um landspolitikk. Men tað er ikki rætt. Heilsuverkið er sjálvandi fak, tørvur og sjú-

kraviðgerð. Men heilsuverk er eisini partur av landspo-litikki og útjaðarapolitikki, eins og alt almannaverkið, skúlaverkið og politiverkið eru partar av heildarpo-litikki fyri allar Føroyar. Tey eru landspolitiskt trey-tað, og løgtingslimir játta pening og gera av, hvussu virksemi skal liggja úti um landið.

Vit sammeta okkum ofta við Danmark. Har er nýski-pan farin fram, og fá supers-júkrahús eru komin í staðin fyri tey mongu smærri. Afturfyri hesa dýru loysn hava danir fingið nógv ver-ri tænastu við óhugnaligum bíðitíðum, misnøgdar bor-garar og langar koyritíðir á vegunum. Til tess at bøta um skaðan eru tey farin at skipa føðiklinikkir og skaðastovur í nærumhvør-vum.

Rotnar bananir Í hesum døgum skeita danir til Noregs, har viðurskifti-ni eru beint øvug. Meðan útjaðarin í Danmark verður samanborin við rotnar ba-nanir, so blómar norski útjaðarin sum kinesiski búskapurin veksur. Og tað er ikki av oljumilliónum, men av tí at norskir poli-tikarar hava síðan seinna heimsbardaga arbeitt fyri, at fólk skulu búgva í øl-lum økjum í Noregi. Hanne Tanvig er danskur granska-ri í útjaðaraøkjum. Hon si-gur, tað ber til at læra nógv av norðmonnum. Meðan danir hava latið tað detta, sum ikki orkar at standa, so hava norðmenn viljað alt Noreg og hava investerað í øll økir. Tað er ikki einans ein búskaparlig útjavning farin fram, men man hevur

satsað í øllum landinum.

Sparingar og reformarSkyldina fyri avtofting av danska útjaðaranum fáa re-formar, ið skulu effektivise-ra og spara. Politireformur, sjúkrahúsreformur, fólka-skúlareformur o.a. minka um virksemi, so keyps-samtøkan í smáu býunum at enda noyðist at stongja og fólk rýma. Brain dra-ining er hugtak, u-londini og fjarskotnir landspartar stríðast við. Tað hendir av sær sjálvum, tá politikarar taka grundarlagið undan vísinda- og mentafólki úti í økjunum. Økini verða tømd og mergsogin við menta-narligu og vísindaligu bur-turveitingini , og sum ein dani tekur til í kjakinum í donsku bløðunum: “vit í útjaðaranum gerast býttari og býttari”.

Fyri fok og feigdSkal sjúkrahúsið ikki fara fyri fok og feigd, so er neyðugt við sterkum politi-

karum við røttum og hald-góðum próvførslunum fyri, at sjúkrahúsverkið styrknar við trimum sjúkrahúsum. Tað er ikki nóg mikið við orðum. Tað er hinvegin al-neyðugt at fylgja við gong-dini, at skipa innleggingar, dýrar viðgerðir og serfrøði, so mest fæst burtur úr. T.d. eiga vit í Føroyum at fylgja serliga væl við, har serøkini broytast, har up-pgávuglíðing ger, at við-gerðir leggjast á aðrar ból-kar enn serlæknan sjálvan. Vit kunnu á tann hátt átaka okkum nógvar uppgávur, har serlæknar koma í styttri tíð. Vit skulu hava fokus á sjúklingin og fáa sum mest burtur úr tøkni-ligu framburðinum, so við-gerðir koma til sjúklingin í nærumhvørvinum umvegis framkomið samskifti sum t.d. videoviðviðtalir.

Nú stendur um føðinginaNú stendur um føðingina verður sagt, tá avgerandi løtan er komin. Ætla vit

at varðveita ekspertisuna at taka í móti børnum, so skulu vit fara undir at ski-pa føðideild aftur á Klaks-víkar sjúkrahúsi. Og tað er púra sjálvsagt fyri mær, at Norðoyggjar hava eina føðistovu. Vit mugu sleppa undan at verða so stovns-gjørd, at kvinnur í økinum ikki kunnu eiga barn í næ-rumhvørvinum. Hetta skal verða undir tryggum um-støðum, og framhaldandi skal møguleiki vera at fara á Landssjúkrahúsið at eiga, ynskir man tað, ella um-støðurnar krevja tað. Tað er ikki nøktandi sum nú er, at kvinnur føða børn í bilum á veg til Havnar. Og mær vitandi er sparingin at flyta allar til Havnar so lítil, at tað er meira møði enn føði.

HeilsudepilVit mugu, eins og danir, læra av mistøkum. Í mun til fólkatalið er Klaksvíkar sjúkrahús bíligast í Føroy-um. Kemst hetta av bíligum viðgerðum ella øðrum, so

er hetta onki endamál í sær sjálvum. Sjálv ivist eg ikki í, at vit fingu upp aftur mei-ra burtur úr, dugdu vit at skipa viðurskiftini betur.

Landsstýrismaðurin he-vur sett sær fyri at fremja eina heilsunýskipan.” Bu-lurin í Heilsunýskipanini er arbeiðið við heilsudeplum. Ætlanin við deplunum er at fáa styrkt heilsutænas-turnar í nærumhvørvinum – har úti, sum fólk liva sítt lív” sigur landsstýris-maðurin á heimasíðu síni.

Í Klaksvíkar kommu-nu eru vit í samskifti við landsstýrismannin at kan-na, hvørjar hugsanir liggja til grund og hvussu hann ætlar, hetta skal skipast í Klaksvík. Sjálv ivist eg ikki í, at tættleiki í millum starvsbólkar hevði havt fyrimun, tí læknar fingu størri fakligt umhvørvi at virka í. Og sjúklingurin hevði komið í miðdepilin í størri mun, tí viðgerðir kundu verið skilagott ski-paðar innanhýsis, eins og ambulatorii, røntgen og aðrar tænastur eru í húsi-num. Men at flyta kom-munulæknatænastuna inn á Klaksvíkar sjúkrahús má á ongan hátt ganga út yvir sjúkrahústænastuna ella virksemi, ið frammanun-dan er.

Mítt ynski er, at vit sam-starva um skilagóðar loys-nir fyri alt heilsuverkið. Og at vit ikki gera sum danir: ”Udviklingen derude er no-get, som de derude må tage sig af,” sum danski gran-skarin tekur til.

Óluva Klettskarð,Tjóðveldi

F YRI FOK OG FEIGD

Page 15: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 15100ÁR

JFK YNSKIRNORÐLÝSINUMHJARTALIGA TIL LUKKUVIÐ 100-ÁRA DEGNUMOG BLÍÐAN BYR FRAMYVIR

JFK.FO

Page 16: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201516 100ÁR

Støðan í okkara heilsuverki og hvussu vit megna at møta framtíðar avbjóðingum he-vur verið nógv á bredda-num seinastu tíðina. Stóra avbjóðingin, enn sum áður, er hvussu vit skipað sam-laða tilfeingi, tað er, byg-ningar, fakfólk og tøku fíggjarorkuna soleiðis, at sjúklingurin og besta við-gerðin er í miðdeplinum ? Skal okkara fyrimynd vera grannalondini, ið miðsavna heilsu tilboðini á nøkrum fáum supersjúkrahúsum, har sjúklingurin skal koyra langt til viðgerð ? Ella sku-lu vit royna at finna okkara egnu loysn, útfrá okkara egnu fortreytum sum eitt lítið oyggjaland.

Undirritaða heldur tað hevur stóran týdning, at fin-na eina loysn, ið hóskar til okkara viðurskifti og loy-sir tann tørv á viðgerð og røkt, sum vit kunnu nøkta í Føroyum, enn at vit bert kopiera og royna at gera tað sama sum hini. Vit hava og fara framhaldandi at hava 3 sjúkhús í Føroyum.Vit eru so fáment, at fólkagrundar-lagið til at skipað okkum, við til dømis, einum supers-júkrahúsið, er ov lítið. Tí er fyrsta stigi í eini føroyskari loysn, at taka avgerð um, hvørjar viðgerðir kunnu vit hava í Føroyum og hvørjar skulu vit fara uttanlands at fáa. Tað má vera hugsjó-nin um bestu viðgerð til sjúklingin, ið avgerð, hvør-jar viðgerðir vit eiga at hava í Føroyum.

Stórar avbjóðingarVit liva longur og tí vera vit fleiri eldri og fleiri, ið koma at hava brúk fyri onkrari viðgerð frá einum sjúkhúsi í framtíðini. Heilivágurin og viðgerðirnar gerast be-tur og munandi dýrari. Hesar avbjóðingar, saman við eini avmarkaðari fíg-gjarorku, krevja, at vit finna góðar og skynsamar loysnir fyri sjúklingin.

Samgongan megnar ikki at skera ígjøgnumSitandi samgonga he-vur ásett í sínum sam-gonguskjalið frá 2011, at skerast skal ígjøgnum og avgerð takast um, hvørjar viðgerðir skulu vera á teim trimum sjúkhúsunum. Nú samgonguskeiðið er um at vera runnið mugu vit bert

staðfesta, at tað megnaði samgongan ikki at gera. Tí er hesin spurningur eins aktuellur og hann var tá ið samgongan tók við.

Nøgdsemi og sterkar síðurEin komandi nýskipan av virkseminum á sjúkhúsu-num eigur at byggja á tær sterku síðurnar, ið eru har frammanundan. Klaks-víkar sjúkhús hevur nógvar sterkar síður, millum an-nað, sera dugnalig og eld-huga starvsfólk. Nøgdsemi hjá teimum, ið hava fingið viðgerð á KS er stórt og KS dugir væl at fara út og ve-ita sínar tænastur til fólk í nærumhvørvinum, tað vil siga bæði í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni.

Heilsunýskipan og færri innleggingarVit hava fingið eina heil-sunýskipan, har høvuðstæt-tirnir eru fyribyrging, trygd og dygd í viðgerðini og fær-ri innleggingar á sjúkhúsu-num. Høvuðsyvirskriftin er meira heilsa fyri peningin, tað merkir, at størri fíg-gjarorka skal leggjast í at fyribyrgja sjúku. Fólk skulu fáa røttu viðgerðina til røttu tíð, á røttum stað. Skipast skulu heilsudeplar kring landið. Sjúkhúsini skulu hava færri innleg-gingar og viðgerðin, ið fæst á sjúkhúsunum, skal gerast enn tryggari og dyggari.

Heilsudeplar kring landiðLandið skal skipast í fær-ri og størri eindir við hvør sínum heilsudepli. Hetta merkir, at viðgerðar tilboð í nógv størri mun verða flutt av sjúkrahúsinum til heilsu-verkið uttanfyri og at allar tær kanningar og viðgerðir, ið kunnu fara fram uttan-fyri sjúkhúsini, skulu fara fram á heilsudeplunum.

Endamáli við heils-udeplunum er at men-na heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráð-geving til borgaran

Tað sum liggur í korti-num er, at ein stórur partur av heilsuveitingum til bor-garar við varandi sjúkum

og eldri (diabetisviðgerð) skal fara fram á heilsude-plinum. At heilsudepil-in kemur at hava viðko-mandi heilsustarvsfólk, sosum kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kost-frøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergotera-peutar, fysioterapeutar og ljósmøður. Endamálið er,

at tað skal gerast lættari og meira ómakaleyst hjá bor-garnum at fáa viðgerð ella fara til kanningar í heilsu-deplinum enn á sjúkrahúsi-num.

Heilsudeplar og sjúkhús lið um liðVit hoyra ofta fólk seta spurningin, um vit hava ráð til meir enn eitt sjúkhús í Føroyum. Uppskotið um at skipa landið í nakrar heil-sudeplar reisir spurningin, hava vit ráð til heilsude-plar og sjúkhús lið um lið, til dømis, í Norðoyggjum og Suðuroy. Talan er um sama posa av pengum til alt hetta virksemi. Heilsuverki er sett at spara nógvan pe-ning, komandi árini, hóast landstýrismaðurin ásannar at heilsunýskipanin kemur at kosta pening mongu fyr-stu árini.

At skipa tvey sjálvstøðug verk, ístaðin fyri eitt, ge-vur tað besta úrslitið fyri sjúklingin ? Eg haldi ikki, so ella so mugu sjúkhúsini og heilsudeplarnir samski-past. Tað er upplagt, at ein

heilsudepil og Klaksvíkar sjúkrahús eiga at standa fyri einari samskipaðari tænastu til Norðoyggjar og partar av Eysturoynni, eins og Klaksvíkar sjúkrahús hevur staðið fyri einari væleydnaðari tænastu á høgum støði til hetta øki í nógv ár, ikki minst síðan undirsjóartunnilin kom.

Meira planlagt virksemiÍ dag er stórur partur av virkseminum á KS akutt virksemi og minni parturin planlagt virksemi. Við um-byggingini, har medisinska og kirurgiska songjadeildin eru lagdar saman, eru stig tikin til at rationalisera og fáa meira fyri minni. Um-framt at spara pening, eigur henda umskipan eisini at opna upp fyri nýggjum mø-guleikum.

Nú ein partur av urolo-giini skal burtur av Klaks-víkar sjúkhúsi og ístaðin skipast sum ein tvørgan-gandi funktión millum sjúkhúsini, er enn meira upplagt, at ein munandi størri partur av ortopediini

verður lagdur á Klaksvíkar sjúkhúsið og planlagda virksemi harvið økt.

Tað snýr seg um at síggja møguleikarSkulu vit menna allar heil-suskipannir í framtíðini og tað skulu vit, so mugu vit síggja møguleikar heldur enn forðingar. Kommun-nunar hava fingið eldraøki lagt út og harvið eisini partar av heilsurøktini. Ko-mandi Heilsudeplarnir er ein annar partur og sjúk-húsini ein triði. Hugsa vit allar hesar tættir saman, við tí fyri eyga at fáa besta úrslitið, so koma vit langt. Tað krevur, at vit tora at hugsa útum kassarnar og at vit øll mugu flyta okkum. Spurningurin er, um vit eru til reiðar til tess, til frama fyri at finna bestu skipani-nar til okkara lokala tørv, soleiðis at vit fáa mest heil-su fyri peningin borgarnum at frama.

Eyðgunn Samuelsen,tingkvinnaJavnaðarflokkurin

MENNING AV HEILSU VERKINUM ÚTFRÁ EGNUM FORTRE Y TUM

Page 17: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 17100ÁR

Norðlýsinum verður ynskthjartaliga til lukku á100-ára hátíðardegnumwww.foroyabjor.fo

Page 18: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201518 100ÁR

S TA R V S L Ý S I N G

Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

TANNLÆKNALEIÐARI TILKLAKSVÍKAR KOMMUNALU BARNATANNRØKT

Søkt verður eftir tannlæknaleiðara til Klaksvíkar Kommunalu Barnatannrøktfrá 1. august 2015.

Starvið er fulltíðar starv.

Barnatannrøktin tekur sær av øllum børnum og ungum frá 0 til 18 ár í Norðoyggjum. Um 1500 børn eru undir skipanini í løtuni.

Barnatannrøktin hevur sambært lóg um barna/ung dómstannrøkt ábyrgdina av, at øll børn í Norð oyggjum koma regluliga til kanningar/við gerð á Barnatannlæknastovuni.

Størsti dentur verður lagdur á fyribyrgjandi viðgerð. Orto donti viðgerðir eru lógar­fest ar rættur sambært lógini.

Barnatannrøktin er normerað til 2 tannlæknar, 1 tannrøktara og 3 klinnikk­assi stentar í fulltíðar størvum.

Vit hava gott samstarv og samanhald á arbeiðsplássinum.

Vit vóna at fáa ein royndan og visioneran leiðara við góðum samstarvsevnum.

Setanartreytir eru sambært avtalu millum Føroya Tannlæknafelag/Tandlægeforeningen og Kommunala Arbeiðsgeverafelag Føroya (KAF).

Um áhugi er at søkja, og tú vilt vita meira um starvið, kanst tú venda tær til tannlæknaleiðaran á Barnatannlæknastovuni, Boga á Steig, tlf. 455651, teldupostadr. [email protected], ella Annu Mariu Joensen, starvsfólkaleiðara, tlf. 410000, teldupostadr. [email protected].

Umsóknir til starvið, viðlagt tannlæknaprógv og váttan um arbeiði aðrastaðni skulu sendast til:

Klaksvíkar kommunuPostsmoga 2Nólsoyar Pálsgøtu 32700 Klaksvík

áðrenn 29. apríl 2015

BarnatannrøktinKlaksvíkar Kommuna

Vinnubygningur við møguleikum til sølu í KlaksvíkTalan er um tvey samanliggjandi matr.nr., 366 og 367, við ástandandi bygningum á Klaksvíksvegi 72. Matr.nr.367, sum er eldri bygningurin, er í 3 hæddum umframt loft. Bruttovídd pr. hædd er 254 m2. Samlaða víddin er uml. 700 m2, umframt loft. Matr.nr. 367, sum er nýggjari bygningurin, er 748 m2 í 1 hædd. Bygningarnir krevja ábøtur. Tó er ávíst viðlíkahald framt á bygningarnar síðstu árini. Staðseting av bygningunum er góð og góðir parkeringsmøguleikar eru norðanfyri. Rætti keyparin kann víðarimenna ognirnar til ymisk endamál, so sum handil, skrivstovu, íbúðir ella annað virksemi, sum er møguligt at hava í ognunum. Ognirnar verða seldar um hóskandi boð fæst. Áhugaði verða biðin um at ringja 514499 ella senda teldupost til [email protected].

Nira Sp/f Mykinesgøta 6

100 Tórshavn

TænasTur

fartel. 51 44 99 [email protected]

ww

w.g

rafik

mas

ter.f

o

Keyp og søla av vinnuognum

Keyp og søla av fyritøkum

Vinnuráðgeving

nira er ein ráðgevingarfyritøka, sum bjóðar óhefta ráð geving innan keyp og sølu av fyritøkum og vinnuognum, umframt aðra vinnuráðgeving.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tel. 51 44 99 ella senda teldupost til [email protected]

Lat okkum selja tykkara vinnuogn

Ring á tel. 51 44 99

adressa:Klaksvíksvegur 72, Klaksvík slag:Vinnubygningar

Búvídd:uml. 700 m2 + 450 m2

Grundøki:matr.nr. 366: 352 m2

matr.nr. 367: 748 m2

Prísuppskot:Hóskandi boð

Page 19: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 19100ÁR

Page 20: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201520 100ÁR

Page 21: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 21100ÁR

Page 22: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201522 100ÁR

Komandi vikuskiftið er 7. umfar í Effodeildini á skránni.

Jákup Ósá, ítróttarskriva-ri á Norðlýsinum, metir niðanfyri um dystirnar í 7. umfarinum. - Eg síggi ikki hetta komandi umfa-rið sum tað mest spenn-andi hetta kappingarárið. Burtursæð frá Víkingi, so hava hini topp fýra liðini at síggja til ’’lættari’’ upp-gávur og vit fáa helst fleiri greiðar sigrar. So síggja vit sunnukvøldið, um eg fari skeivur í tí. Í Trongisvági fáa vit kanska spenning og í steypakappingini sóu vit, at EB/Streymur kann vinna á KÍ, sigur hann.

NSÍ-ABNSÍ vann á HB seinast og

tá bleiv staðfest, at hetta NSÍ liðið skal takast í ál-vara í oddastríðnum, tí nú vinnur liðið eisini á teimum góðu liðunum. Kappingar-skráin er lagalig móti NSÍ fyrsta triðingin og tað er langt síðani, at eg skrivaði, at NSÍ væl kundi hugsast at fara at liggja ovast ella har áleið, tá 7-9 umfør vóru le-ikt, so heilt óvæntað er tað ikki, at NSÍ liggur ovast í løtuni. AB er eitt av liðu-num, sum ongan sigur he-vur fingið enn hetta kap-pingarárið. Men burtursæð frá aftasta liðnum, so hava teir ikki tapt móti nøkrum øðrum liði. Hagtølini mil-lum hesi liðini tala greitt fyri NSÍ, har NSÍ í fjør í trimum dystum samanlagt vann 13-1 á AB. NSÍ hevur fult stigatal á heimavølli og eg dugi ikki at síggja fyri mær, at tann gongdin steð-gar her. Tipping: 1 (4-1)

FC Suðuroy-HBNú hevur FC Suðuroy

fingið sín fyrsta sigur og spurningurin er, hvør-ja ávirkan tað fær á liðið. Tað verður fyri tað mesta í Vági, at liðið skal samla sær stigini, men spurningurin er, um liðið ger nakað við toppliðini, sum eg meti HB vera, hóast HB ’’bara’’ lig-gur nummar 4. HB hevur vunnið ein av trimum úti-dystum í ár, og er 6 stig af-tanfyri oddaliðið NSÍ, sum mest sannlíkt eisini vinnur í 7. umfarinum. Tað er eitt krav til HB at vinna her og eg síggi fyri mær, at útiliðið vinnur ein tryggan sigur, tí kvalitet munurin á hesum báðum liðunum er stórur. Tipping: 2 (0-3)

TB-VíkingurKanska mest áhugaverdi dysturin hetta umfarið. TB er steðgað eitt sindur upp, meðan Víkingur er farið at vinna sínar dystir. TB hevur havt truplar dystir seinastu tíðina og móti B36 seinast var 0-0 til 71. minutt. Hesin

dysturin fer at vísa, um TB er í einum aldudali ella ikki og hvussu stór styrkin á he-imavølli er. Víkingur er fa-vorittur, men tað kann blíva ein javnur dystur, tí eg havi eina kenslu av, at TB er up-psett, nú liðið spælir á hei-mavølli eftir nøkur keðilig úrslit. Men tá tað er sagt, so tippi eg at Víkingur vinnur sín 3. sigur á rað í Effodeil-dini. Tipping: 2 (1-2)

ÍF-B36Tað var ikki nógv, sum ÍF vísti móti KÍ síðsta sunnu-dag, men tó eydnaðist liðnum at fáa ein sigur. Álopsspælið koyrdi illa og í verjuni vóru stórir tru-pulleikar og onkur stór persónlig mistøk, sum mót-støðuliðið ikki dugdi at gagnnýta. Móti endanum fingu Adeshina Lawal og Karl Løkin reyð kort og tað gav teimum í B36 helst eitt smíl uppá. Tí uttan teir báðar, so síggi eg ikki fyri mær, at ÍF ger nakað við

B36, hóast ein dystur mil-lum hesi bæði liðini í Fugl-afirði sum útgangsstøðið átti at verið ein tættur dy-stur. B36 hevur viðgongd og stendur seg vanliga væl á útivølli. Eftir at hava sæð ÍF seinast og við forminum hjá B36 í huga, so er spur-ningurin hjá mær mest um, hvussu nógv B36 vinnur, tí fortreytirnar gera B36 til sjáldsama stóran favoritt í Fuglafirði. Tipping: 2 (0-3)

KÍ-EB/StreymurTað er synd at siga, at KÍ hevur fingið góða úrtøku í ár. Í landskappingini hevur talan verið um tættar dystir, har leikgongdin gott kundi gjørt, at KÍ fekk stig móti HB, B36 og ÍF. Í Fuglafirði seinast helt eg, at KÍ gjørdi nógv rætt. Liðið gav næ-rum ongan mál møguleika burtur fram til dystarenda, tá liðið sendi meira fólk fram fyri at fáa mál. Og í álopsspartinum kom liðið til nógvar stórar møgulei-

kar. Tí kendist tað helst un-darligt hjá klaksvíkingum, at KÍ stóð eftir við ongum. EB/Streymur hevur higartil í ár víst, at hóast stóra út-skifting, so er liðið ment at geva øllum harða mótstøðu, og á rætta degnum kann liðið eisini vinna á teimum flestu. Í steypakappingini vann EB/Streymur uppibo-rið á KÍ, og tá sóu vit eitt lið, sum stríddist meir enn KÍ. KÍ breyt í fjør siðven-juna við ikki at vinna á EB/Streymi í Klaksvík og eg vænti, at vit koma at síggja eitt betri KÍ avrik hesaferð, enn vit sóu við Margáir. Men skal heimaliðið vin-na, so er neyðugt hjá Ken-an Hajdarevic og Páll A. Klettskað at blíva skarpari enn teir vóru í Fuglafirði, har tað í mun til fyrr í ár eydnaðist væl at fáa teir báðar spældar til stórar mál møguleikar. Tipping: 1 (3-1)

7. UMFAR:TOPPLIÐINI L ÆT TAR DYSTIR

EB/Streyma liðið er nógv broytt frá í fjør, tá KÍ vann 3-1 í dystinum í Klaksvík, har hendan myndin er tikin.

Page 23: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 23100ÁR

Til lukku á

ára degnum

Vit ynskja Norðlýsinum til lukku á 100 ára degnum, og

blíðan byr næstu 100 árini

Page 24: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201524 100ÁR

KLAKSVÍK12.-14. MAI 2015

WWW.FAIR.FO

FYRILESTRAR Á ATLANTIC FAIRTÝSDAGIN 12. MAI KL. 13:00

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

MIKUDAGIN 13. MAI KL. 11:00

Frálandavinna í Føroyum, útlit og menningarmøguleikarJens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore

TÝSDAGIN 12. MAI KL. 14:00

Mitt í maritima mekkaTróndur Djurhuus, stjóri og rithøvundur

MIKUDAGIN 13. MAI KL. 13:00

Vinnan í Føroyum er kappingarførMourtiz Mohr, stjóri í MEST

TÝSDAGIN 12. MAI KL. 15:00

Vátir dreymar, turrir brunnar – men stórir møguleikarSjúrður Skaale, formaður í Arktiska bólkinum í Fólkatinginum

MIKUDAGIN 13. MAI KL. 13:00

Umbyggingin av EnnibergSunvard Joensen, Tekni- og verk ætlanarstovuleiðari hjá MEST

HÓSDAGIN 14. MAI KL. 11:00

Stuðulsmøguleikar til menning og nýskapan í Horizon 2020Maria Húsgarð, Samskipari, Granskingarráðið

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum. Allir fyrilestrarnir eru á føroyskum og verða í fyrilestrahølunum í høll D.

Page 25: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 25100ÁR

EL SPØL TIL SKIPKØLARAR

KOMPRESSARARHYDRAULIK

SLANGUR OG FITTINGS

FILTUR PUMPUR

SKIPSMÁLING MOTORAR

Norðlýsinum verður ynskt h ja rta liga ti l luku við

100-ára føðingardegnum

SÍÐANI 1928

®

VIT HAVA EITT BREITT VØRUÚRVAL, BÆÐI Á GOYMSLU OG SUM VIT KUNNU ÚTVEGA INNAN SERA STUTTA TÍÐ

www.kss.fo

Page 26: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201526 100ÁR

- Fyri meg hevur hendan um-vælingin altíð verið fyrsta stig á leiðini. Eitt fyrsta og eitt neyðugt stig. Fyri at siga sum er, vóru hølisviðurskiftini vánalig, trong og ótíðarhóskandi, sigur lands-stýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen.

Stutt fyri páskir var mótt-øka á Klaksvíkar sjúkrahú-si í sambandi við, at nýggja seingjardeildin alment varð tikin í nýtslu. Nýggja de-ildin er eftir mínum tykki eitt gott og neyðugt fram-brot fyri sjúkrahúsið; fyri starvsfólk og ikki minst teir sjúklingar, sum frameftir skulu viðgerast her norðuri.

Umvælingin hevur flutt sjúkrahúsið fram í nútíðina og leggur eitt sterkt fun-dament fyri menningina frameftir. Hetta var eisini endamálið, tá eg, beinan-vegin eftir at eg tók við sum landsstýrismaður í 2011, legði uppskot fyri Løgtingið um at umbyg-gja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús.

Hetta var fyrsta ver-klagslóg fyri Klaksvíkar sjúkrahús í mannaminni, sum eftir mínum tykki var harðliga tiltrongt. Up-phæddin á 15 mió. var ei-sini størri enn Klaksvíkar sjúkrahús hevði fingið í mong ár. Ynskiligt hevði sjálvandi verði, at játtanin var hægri, men so var ikki. Eitt samt løgting tók undir við verklagslógini, og farið varð undir fyrireikingar-nar.

Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ein ávís togtogan aftur og fram um, hvussu hesin peningur gjørdi mest nyttu. Men ut-tan mun til hvørja áskoðan tú hevur, so er sjón fyri søgn, at úrslitið á deildini er serstakliga gott, og eiga vit øll at fegnast um hetta stóra framstig.

Færri innleggingar - meira ambulantÆtlanin við umbyggingini var frá byrjan at nútímans-gera karmarnar, so teir svaraðu til dagsins tørv og tilboð.

Rákið í sjúkrahúsverðini hevur síðstu árini verið, at meira og meira virksemi verður gjørt ambulant - at fólk koma á sjúkrahús, fáa viðgerð og sleppa heim sama dag uttan at verða innløgd.

Nýggjasti parturin av Klaksvíkar sjúkrahúsi er frá sekstiárunum við einum tilbygningi frá 1988. Ikki er ov nógv sagt, at karmar-nir bóru brá av síni samtíð

og vóru skipaðir á gamlan hátt. Tað vil siga, til nógvar innleggingar og minni am-bulant virksemi.

Umvælingin, sum vit hátíðarhildu beint fyri páskir, er tí eisini ein tilla-gan av kørmunum, so teir samsvara við, hvussu tú arbeiðir á einum sjúkrahúsi í dag. Eftir mínum tykki er nýggja deildin eitt týd-ningarmikið fet í at tillaga karmarnar til nýggjan hátt at skipa virksemi upp á, og sum førkar so avgjørt Klaksvíkar sjúkrahús fram á leið.

Skurðdeild og medisinsk deild saman

Fyri at fáa pláss til mei-ra ambulant virksemi á sjúkrahúsinum, eru bæði medisinsku seingjaplássini og seingjaplássini á skurð savnað á einari og somu de-ild og á einari hædd. Nýg-gja seingjadeildin hevur 28 sengur í mun til tær 36, sum vóru, og skal leysgiv-na plássið á hinari hæddini brúkast til meira ambulant virksemi. Hetta hevur eisi-ni við sær skynsamari raks-tur av seingjadeildini, sum eisini er eitt pluss í hesum døgum.

Samstundis er peningur settur av í ár til at umvæla niðurløgdu seingjastovuna, so hon frameftir verður ein

ambulatorii-gongd. Eisini verður skurðstovan dagførd í ár.

Klaksvíkar sjúkrahús er framvegis ein høvuð-sæðr í okkara heilsuverki, og tað staðfestir hendan nýmótansgerð eisini. Sam-stundis er neyðuga fun-damentið lagt fyri fleiri møguligum viðgerðum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í framtíðini.

Fyri meg hevur hendan umvælingin altíð verið fyr-sta stig á leiðini. Eitt fyrsta og eitt neyðugt stig, tí hølis-viðurskiftini vóru vánalig, trong og ótíðarhóskandi.

Fyrsta stig á leiðini í bjartari framtíðSum eg áður havi boðað frá, so ætli eg mær at taka málið um framtíðar hø-lisviðurskifti hjá Klaks-víkar sjúkrahúsi upp aftur. Samrøður hava verið við kommununa um møgulei-karnar á onkran hátt at fáa samantvinnað hølisviður-skiftini í primera geira-num við sjúkrahúsið. Hetta eru enn leysir tankar, men eg síggi góðar møgulei-kar og yvirhøvur ljóst upp á framtíðarvánirnar fyri sjúkrahúsið.

Ikki minst nú stjórnin á

KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS ER FRAMVEGIS EIN H Ø V UÐSÆÐRÍ OKK ARA HEILSUVERKI

Page 27: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 27100ÁR

Klaksvíkar sjúkrahúsi he-vur undirskrivað fleiri áhu-gaverdar samstarvsavtalur við Landssjúkrahúsið um ymisk serøkir. Sama dag, sum móttøkan var, skri-vaðu Heri Ellingsgaard og Sigurð Vang undir avtalur um samstarv innan viðgerð av apopleksi-sjúklingum, sum eru sjúklingar við hei-labløðingum ella blóðtøp-pi í heilanum. Somuleiðis varð avtalað gjørd innan hondkirurgi, og koma hes-ar samstarvsavtalur, saman við avtaluni um urologi, at tryggja eitt enn støðugari virksemi í Klaksvík.

Hetta eru nýskapandi og framskygdar avtalur, sum hava til endamáls at veita sjúklingum eina skjótari og dyggari viðgerð upp á tvørs av sjúkrahúsunum í Før-oyum. Avtalur, sum peika

frameftir og leggja lunnar undir tað, ið hevur verið mín áskoðan alla tíðina. At vit mugu fara at tosa um eitt heilsuverk í Føroyum – eitt heilsuverk til føroyska sjúklingin.

Ábyrgdina eiga vit øll í felag, ikki bert tær heitu hendurnar, ið dagliga eru um sjúklingin. Vit politi-karar eiga høvuðsábyrg-dina og skulu fáa til vega neyðugu karmarnar og eina nøktandi fígging, so starvs-fólkini kunnu gera tað, tey brenna fyri og gera tað til lítar.

Sum landsstýrismaður havi eg fingið hópin av við-merkingum frá sjúklingum og avvarðandi um serliga hegni hjá starvsfólkunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi at fáa ein at føla seg serliga vælkomnan.

Avbjóðingin er nú hjá leiðsluni saman við starvs-fólkunum at taka á seg og síggja møguleikar fyri menning, tá onnur síggja forðingar. Í einum samfelag sum flytur seg hvønn dag, skal man duga at tillaga seg nýggjar veruleikar, tá onnur hava hug at hvíla í tí farna. Vísa á aðrar gongdar gøtur, tá svartskygni setur mørk. Eg trúgvi og vænti, at tit fara at megna hettar til fulnar. Tað er neyðugt at halda fast um, at lívið bert kann livast frammeftir.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum

Page 28: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201528 100ÁR

Atlantic Airways søkir nýggjan stjóra- til áhaldandi at føra tjóðarflogfelagið fram á leiðina

Atlantic Airways søkir eftir einum nýggjum, professionellum stjóra, sum kann ganga á odda og leiða eina av okkara týdningarmiklastu farleiðum til umheimin – og harvið stjórna einari av landsins størstu og týdningarmiklastu fyritøkum.

Stjórin fær til uppgávu framhaldandi at útinna settu kósina, ”Atlantic Airways kemur heim”, sum er løgd fram til 2018.

Felagið er í løtuni á einari spennandi ferð, har nýggi stjórin kemur at hava ábyrgdina og at standa á odda fyri framhaldandi menningini av okkara tjóðarflogfelag til frama fyri føroyska samfelagið og tey 237.000 viðskiftafólkini, sum árliga flúgva við okkum.

Starvið, uppgávur og ábyrgdNýggi stjórin skal framhaldandi útinna løgdu kósina og, sum frá líður, eisini vera við til at menna hana meira saman við nevndini. Við tilvísing til nevndina fær stjórin ábyrgdina av rakstri og handilsligu framgongdini hjá felagnum.

Við høvuðsskrivstovu í Vága Floghavn fær stjórin dagligu ábyrgdina av teimum umleið 200 væl skikkaðu starvsfólkunum, sum starvast hjá Atlantic Airways. Somuleiðis fær stjórin ábyrgdina av einum felag, ið umsetur fyri yvir hálva milliard krónur árliga.

Uppgávan hjá stjóranum verður eisini framhaldandi at hyggja eftir handils-grundarlagnum hjá flogfelagnum og styrkja og menna virksemið, so kappingarførið støðugt økist.

Stjórin skal dagliga saman við fíggjar-stjóranum stjórna felagnum og fram-haldandi tryggja ein úrslitagóðan og sunnan rakstur.

Sum tjóðarflogfelag, ið landið eigur, fær nýggi stjórin ein týðandi leiklut í samfelagnum, og tí verður tað ein týdningarmikil uppgáva hjá stjóranum at duga og megna at ganga á odda í samskiftinum við viðskiftafólk og samfelag. Áhugapartar í samskiftinum eru politikarar, mynduleikar, miðlar, fakfeløg, ferðavinnan o.o. Nýggi stjórin skal sostatt vera eitt sterkt umboð fyri Atlantic Airways og skilja týdningin og leiklutin hjá felagnum í føroyska samfelagnum.

Eginleikar og førleikar Nýggi stjórin skal vera ein handilsligur og royndur leiðari, sum dugir væl at samskifta, og har leiðslustílurin er sjónligur og nærverandi. Stjórin skal stuðla og vegleiða leiðarar og starvsfólk, soleiðis at tey ganga undan og taka ábyrgd. Sum persónur skal stjórin vera úrslitssøkin og klára at útinna hugsan í verki við styrki, áhaldni og einum skipaðum arbeiðshátti.

Stjórin skal duga bæði at byggja upp og røkja síni sambond, samstundis sum hann natúrliga er ein sterkur persónur, ið eisini er avrikssøkin.

Stjórin skal búgva ella vera sinnaður at búgva í Føroyum fyri at gerast ein partur av føroyska samfelagnum.

Umsókn o.a.Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv í einari sterkari og ábyrgdarfullari fyritøku við eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum, og har ein professionell nevnd endurspeglar væntanir og krøv, ið verða sett komandi stjóranum.

Spurningar um starvið kunnu setast Niels Mortensen, nevndarformanni, á telefon 216928 ella starvsráðgevanum Troels Gjerrild í Odgers Berndtson A/S á telefon +45 33143636.

Umsóknarfreistin er týsdagin 28. apríl 2015.

Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til [email protected], har eisini ein útgreinað starvslýsing kann bíleggjast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo

Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.

Page 29: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 29100ÁR

Page 30: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201530 100ÁR

Klaksvíkar sjúkrahús hevur altíð verið eitt væl-virkandi sjúkrahús. Eyðkenni hjá Klaks-víkar Sjúkrahúsi er, at tað altíð hevur verið eitt slóðbrótandi sjúkrahús. Í flestu førum er hetta blivið kopierað av øðrum sjúkrahúsi og tikið frá Klaks-

víkar sjúkrahúsi.

Um vit hyggja aftureftir, so síggja vit, hvussu okka-ra læknar her norðuri hava gjørt eitt sera gott ar-beiði. Eisini hava vit havt dugnaligar útlendskar læk-nar innan ymiskar greinar. Sjúklingurin hevur altíð verið í fokus. Hetta hava vit sæð aftur í sjúklinga-nøgdsemiskanning, sum var í Topp.

Tíðirnar broytastTíðir broytast og Klaks-víkar Sjúkrahús skal fylgja við. KS skal framhaldan-di vera eitt vælvirkandi sjúkrahús við møguleikum og avbjóðingum. Mót-burðurin og ágangurin hevur verið og er harður. Alt bleiv ikki soleiðis, sum vit vónaðu og trúðu uppá.

Vit vera tó noydd at reisa okkum, sum fuglurin Fø-niks, og royna nýggjar møguleikar og nýggjar leiðir. Møguleikar, sum eru avbjóðandi fyri læk-nar, sjúkrasystrar og annað starvsfólk. Vit mugu royna at finna nýggjar hurðar, og avgerandi er, at vit velja ta røttu.

Vit eiga framhaldan-di at gera avtalur við norðurlendsk universitets-sjúkrahús. Her kann talan blíva um eina røð av heil-sutænastum, bæði innan medisin og skurðviðgerðir. Avtalur við ávís universti-tetsjúkrahús, hava eisini tann fyrimunin við sær, at somu læknarnir, kirurgar-nir osv. koma aftur.

TelemedisinTelemedisin saman við konsulentum er framtíðin.

Hetta verður nógv brúkt aðrastaðni, og her eiga vit eisini at fylgja við. Ser-lækni innan ávísa læknag-rein kemur hendavegin at arbeiða í nakrar vikur um árið. Hetta saman við vælútbúnum starvsfólki, sum assistera via teleme-disin er ein nærliggjandi møguleiki.

Framtíðin er framvegis planlagdar skurðviðgerðir. Tað skal framvegis vera ein almenkirurgur og ein ortopædkirurgur fast á KS. Somuleiðis skal haldast áfram við at gera knæ- og mjadnaskurðviðgerðir og kikarakanningar av maga og tarmi. Vaktarskipan skal framvegis vera á KS, um okkurt óvæntað skuldi hent.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi starvast dugnalig starvs-fólk. Serlæknar aðrastaðni

frá hava verið frammi og róst hesum fyri dygdar-gott arbeiði. Við dugnali-gum starvsfólkum saman við telemedisini - sum er framtíðin - eru vit sera væl fyri.

HeilsudepilTað er eitt “must” at vit skjótast møguligt fáa ein heilsudepil í Norðoyg-gjum. Vit hava starvfól-kini, so her eru vit eisini sera væl fyri. Starvsfólk eru í økinum við sergrein innan krabba, kol, diabetes og heilsuráðgeving. Saman við okkara kommunulæk-num kundi hetta skjótt bli-við ein sólskinssøga.

Heilsudepilin kundi ve-rið á KS, har kommunulæk-narnir høvdu vaktina. Her vórðu teir í einum umhvør-vi, har teir kundu sparra, og høvdu alla tað hjálp teir

høvdu brúk fyri við hondi-na.

1870 á KSSum tíðin hevur víst, so vir-kar 1870 ikki nóg væl. Vit hava bæði lisið og hoyrt um ónøgdsemi. Hvussu ótolandi tað er í ringum veðri , at fara heilt suður á LS, við smábørnum, gom-lum, sjúkum og veikum á náttartíð fyri at blíva kan-naði av lækna. Í nógvum førum verður koyrt fram-við KS, fyri at halda fram suður á LS at blíva kan-naður. Ein koyritúrur, sum kundi tikið 15 min gerst lættliga til 1 t og 15 min.

Onki er meir natúrligt enn, at ein læknavakt sat á KS, so norðoyingar og eysturoyingar høvdu styttri veg til lækna.

Samstarv er lykilin fram og 1870 og KS (skaða-

stovuna) eiga at samstarva. So vistu fólk, hvar tey skul-du fara og ongin misskil-jing varð.

1870 skal kanska seta sjúklingin meir í fokus.

Møguleikarnir eru nóg-vir. Men tað skal samstarv til, ikki kegl og stríð. Vit eiga framhaldandi at virða og vera góð við okkara sjúkrahús.

Eitt liggur fast, og tað er, at eins og einum sjúklingi tørvar lækna, so tørvar einum sjúkrahúsi læknar og eisini serlæknar. Uttan læknar/-serlæknar onki sjúkrahús.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdótturløgtingslimur

FR A MTÍÐA R KL AKSV ÍK AR S JÚK R A HÚS

Page 31: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 31100ÁR

Norðoya Sparikassi Ósávegur 1 Postboks 149 FO-710 Klaksvík Tel. 47 5000 Fax 47 6000 [email protected] www.ns.fo

@

Bílegg eitt kundaprátá tel. 47 5000ella á [email protected]

Ynskir tú at hoyra nærri um hvørjar tænasturvit kunnu bjóða tær, alt frá billáni, bústaðarláni,eftirlønarkontu og aðrar tænastur, ert tú vælkomin tileitt kundaprát á deild okkara í Tórshavn, Fuglafirðiella Klaksvík.

Vælkomin íNorðoya Sparikassa

Norðoya Sparikassi ynskir Norðlýsinumhjartaliga til lukku við 100-ára degnum.

Page 32: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201532 100ÁR

Vit eru til reiðar at svara tínum spurningum á Eik-kjattinum millum

kl. 9.30 og 16 allar gerandisdagar.

Tú finnur leinkjuna til Eik-kjattið á www.eik.fo

Kjatta við okkum

www.eik.fo tel. 348000

Eik: Hey, eg eiti Árni. Hvørjum kann eg hjálpa tær við?

Page 33: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 33100ÁR

Page 34: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201534 100ÁR

Tað heldur Marna Arge Ellingsgaard, sum er leiðari fyri Norðoya Bú- og Hei-matænastu.

Tekstur: Jákup ÓsáMyndir: Oliver Joensen

Í Klaksvík er ikki bara Klaksvíkar Sjúkrahús, sum varðar av og hjálpir tei-mum eldri og teimum, sum hava brúk fyri ymiskum tænastum á heilsuøkinum. NBH (Norðoya Bú- og He-imatænasta) umfatar allar Norðoyggjar. Tænasturnar í NBH verða veittar he-imabúgvandi borgarum, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.

8 eindir eru í NBH:·Heimatænasta·Dagtilboð·Terapeuteind·Norðoya Ellis- og Vistarheim·Sambýlið í Bøgøtu·Sambýlið á Heygnum·Norðoya Røktarheim·Heimið við Vágna

Veita tænastu til 300 fólkLeiðari í NBH er Marna Arge Ellingsgaard. Hon si-gur, at virksemið hjá NBH er rættuliga umfatandi.

- Vit eru 140-150 starvs-fólk, har tey flestu eru úr

Norðoyggjum. Øll tey ný-settu starvsfólkini skulu hava viðkomandi útbúg-ving. Tey flestu hava útbúg-ving sum heilsuhjálpari, sum tekur eitt ár og tríggjar mánaðir. Síðani hava vit eisini m.a. heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, te-rapeutar og útbúgvin fólk innan mat økið. Vit hava 89 búpláss, herav fýra pláss verða nýtt til umlætting. Hjá okkum eru øll pláss altíð fult upptikin og harum-framt hava 12 fólk akuttan tørv fyri búplássi. Afturat hesum hava vit umleið 200 fólk, sum vit geva tænastu til heima hjá sær sjálvum, so samlað sæð liggur talið á umleið 300 fólkum, sum vit veita tænastu til, sigur Marna Ellingsgaard.

Samstarva við Klaksvíkar Sjúkrahús á summum økjumMarna Ellingsgaard greiðir frá, at NBH hevur samstarv við Klaksvíkar Sjúkrahús á summum økjum og at hetta samstarv møguliga veksur, nú eldraøkið er lagt út til kommunurnar.

- Síðani eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar, so hava vit undirskrivað eina útskrivingaravtalu við sjúkrahúsini í Føroy-um. Samstundis hava vit avtalað, at hava samstarvs-fundir av og á. Har tosa vit um tey fólkini, sum hava serligan tørv og eisini um faklig viðurskiftir, sigur hon.

Marna vísir eisini á góðu tænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- Vit hava nokkso nógv

SJÚKRAHÚS TÆ T T UPPAT GE V URTRYGGLEIK A

Page 35: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 35100ÁR

við Klaksvíkar Sjúkrahús at gera. Vit samskifta um sjúklingar/brúkarar. Eg haldi, at eg kann siga til rós fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, at tey taka sær rættuliga væl av doyggjandi. Tað er nokkso nógv fólk, sum vit hava við at gera umve-gis sítt heim, sum ynskja at fara inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, tá tey eru doyg-gjandi, men tað eru eisini fólk, sum ynskja at vera he-ima. Tá ein er tað, sum vit nevna ’’doyggjandi’’, so eru tað fólk, sum ikki longur kunnu hjálpast við lekjan-di viðgerð. Annars veita vit heimahjálp, og tá hesi gerast sjúk og skulu innleg-gjast, so samskifta vit við fakfólk um hetta. Tað eru bara læknar, sum innleg-gja. Men tað kann vera on-kur, sum hevur fingið eina kroniska sjúku, sum hevur eina opna innlegging sum merkir, at hesi fólk kun-nu blíva innløgd uttanum kommunulæknan, sigur le-iðarin í NBH.

Taka tryggleikan sumeina sjálvfylgjuLeiðarin í NBH heldur, at ein vansi kann vera, at ein tekur góðu umstøðurnar á heilsuøkinum - við at hava eitt sjúkrahús í økinum - sum eina sjálvfylgju.

- Tað hevur týdning, at hava eitt sjúkrahús tætt up-pat fólkunum. Tað gevur fólki ein tryggleika. Um vit knappliga ikki høvdu eitt sjúkrahús norðanfyri, so høvdu vit eftir mínum tykki sæð, hvussu nógv vit høvdu mist og hvussu stóran mun tað ger á heil-

suøkinum í norður økinum, at hava eitt sjúkrahús. Ein hevur lyndi til at taka tingi-ni sum eina sjálvfylgju, tá tey virka væl. Eg havi tosað við sjúkrarøktarfrøðingar í øðrum økjum, og tá hava teir sagt, at vit eru heppin at hava sjúkrahús í okkara øki, tí tað hava teir saknað, sigur hon.

Gevur betri heilsuMarna Arge Ellingsgaard sigur, at framtíðar av-bjóðingarnar eru stórar, tí bólkurin við eldri fólkum blívur størri í Føroyum um nøkur ár. Men samstundis er eitt posetivt rák, hvat heilsuni viðvíkur.

- Vit vita, at tað vera fle-iri eldri um ikki so langa tíð, og tað hevur stórar av-bjóðingar við sær. Eldri fólk í dag eru rættuliga virkin. Vit veita tænastu til nógv fólk, men parturin, sum ikki hevur havt brúk fyri hjálp, er bara øktur seinnu árini. Tað kemst kanska av, at fólk eru tilvitað um sína heilsu og eru rættuliga virkin. Hetta rákið vænti eg fer at halda fram, sigur hon og leggur afturat, at tað kann væl hugsast, at eitt sjúkrahús í nærøkinum ge-vur betri heilsu.

- Tað kann væl hugsast, at Klaksvíkar Sjúkrahús he-vur serliga stóran týdning fyri tey mongu við góðari heilsu, sum vit ikki koma í samband við. Eitt sjúkrahús tætt uppat fólkinum gevur ein tryggleika, og trygglei-ki er rættuliga týðandi fyri heilsuna, sigur Marna Arge Ellingsgaard at enda.

Page 36: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201536 100ÁR

Page 37: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 37100ÁR

Page 38: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201538 100ÁR

- Fyri okkum hevur Klaksvíkar Sjúkrahús havt tann týdning, at vit kundu vera búgvandi í Klaksvík við einum so sjúkum barni sum Jonu. Tað sigur Anna Maria Joensen, sum í 20 ár hevði eitt sera tætt tilknýti til sjúkrahúsi í Klaksvík saman við fyrstføddu dótturini Jonu, ið var fødd við Downs Syndrom og hjartafeili.

KlaksvíkRagnhild Ellingsgaard

Anna Maria Joensen var 21 ára gomul, tá hon gekk við fyrsta barninum. Eitt gott ár áðrenn hetta vóru hon og Rógvi gift og sum vera man gleddu tey seg til at gerast foreldur fyri fyrstu ferð. Men tveir mánaðir áðrenn tíð fekk Anna Maria verkir og varð innløgd í nakrar vikur. Ungu hjúnini búðu í Klaksvík og var tað eisini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at tey tóku ímóti Onnu Mariu. Hon minnist tó ikki aftur á hetta sum eitt keðiligt tíðar-skeið.

- Eg var so ung og visti kanska ikki ordiliga, hvus-su alt átti at vera, greiðir hon frá. Á sjúkrahúsinum fekk hon góða hjálp og hon kendi seg alla tíðina at vera

í tryggum hondum. Tá hon er komin nakað longri í væntanartíðini, fær hon ke-isaraskurð og verður mam-ma til eina lítla, fitta gen-tu. Hóast skurðviðgerðin gongur væl, so er Anna Maria tó eitt sindur illa fyri eftir føðingina. Men, sigur hon, sjúkrasystrarnar vóru so ómetaliga fittar og tóku sær so mikið væl av henni, at hon kom skjótt fyri seg aftur og kundi gleðast um lítla gentubarnið, sum hon og maðurin høvdu fingið.

Hjartafeil ogDowns SyndromEftir nakrar dagar á sjúkrahúsinum fara Anna Maria og Rógvi heim við lítlu gentuni, sum tey hava fingið latið í hendur. Lítla undrið við teim stóru, run-du eygunum fær navnið Jona og foreldrini gleðast um nýggja lívið og njóta leiklutin sum foreldur. Ef-tir eina tíð leggja tey tó til merkis, at okkurt er øðrví-si við lítlu didduni. Hon er ikki akkurát, sum onnur børn eru - men tó er trup-ult at seta fingur á akkurát, hvat tað er, sum er galið. Sjálvi hava tey kanska eisi-

ni eitt sindur torført við at lata tankan um, at okkurt kanska er galið, sleppa or-diliga framat.

Við vanligu fimm vi-kurs-kanningina verður tó staðfestur illgruni um, at lítla gentan møguliga er fødd við Downs Syndrom.

Ungu foreldrini verða send til ein barnalækna, sum tekur nakrar royndir av lítlu Jonu. Hetta verður alt gjørt á Landssjúkrahú-sinum og um hesa tíðina høvdu Anna Maria og Róg-vi ikki so nógv samskifti við Klaksvíkar Sjúkrahús. Skjótt verður staðfest, at lít-la diddan er fødd við Downs Syndrom og stutt eftir hetta verður eisini staðfest, at hon harumframt eisini er fødd við einum hjartafeili. Umleið 40% av børnunum, sum verða fødd við Downs Syndrom, eru eisini fødd við einum størri ella min-ni hjartafeili. Tíverri var tann hjá lítlu Jonu so mikið stórur, at hann gjørdi hjar-tað hjá lítlu gentuni rættili-ga sárbært. Staðfestingin av hjartafeilinum ger, at Jona beinanvegin verður knýtt at einum hjartalækna og hetta viðførir eisini, at ein rúg-

va av royndum og øðrum regluliga skulu takast av lítlu gentuni. Tíbetur fyri lítlu familjuna fáa tey bjóðað, at flestu royndirnar kunnu takast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á hendan hátt kunnu tey vera í einum kendum og tryggum umh-vørvið, samstundis sum tey sleppa undan alt ov nógva-ri ferðing aftur og fram og kunnu

Jona vil ikki vera sjúkSum Jona veksur til verður skjótt greitt, at hon ikki bara hevur hjartafeilin at stríðast við. Vanligt er, at børn, sum bæði hava Downs Syn-drom og ein hjartafeil, ha-rumframt eisini hava fleiri fylgisjúkur. Og hetta ger seg eisini galdandi hjá lítlu Jonu. Á eitt ára føðingar-degnum fær hon sín fyrsta lungnabruna og verður inn-løgd. Hon er rættiliga sjúk og tað vísir seg, at hon he-vur lungnabruna á báðum síðum. Læknarnir gera skjótt av og Jona fær bei-nanvegin pensilin sproytað beinleiðis í æðrarnar. Sam-stundis verða narkosulæk-ni, blóðrannsóknarfólk og røtngenfólk tilkallaði.

Alt gongur skjótt fyri seg. Anna Maria minnist aftur á løtuna og greiðir frá, at hon gjørdist sera bangin um lítlu dóttrina og skilti ikki beinanvegin, hvussu sjúk Jona í veruleikanum var. Men bæði lækni og sjúkra-systrar vóru sera dugnalig; tey tosað við Onnu Mariu og eru um hana allatíði-na. Tað gjørdi, at hon ikki kendi seg ótrygga í støðuni, hóast lítla dótturin var heilt álvarsama sjúk.

Við innleggingini á eitt ára føðingardegnum byr-jar ein long røð av innleg-gingum hjá Jonu. Hetta er ikki ein stuttlig tíð hjá lívsglaðu gentuni, sum bara ikki tímur at vera sjúk.

- Jona tímdi veruliga ikki at vera sjúk og hon tímdi ongantíð serliga væl á eitt sjúkrahús. Hon vildi hel-dur ikki taka blóðroyndir ella røntgenmyndir, sum jú vóru rættiliga neyðugar hjá henni at taka, tí hon var til so nógvar kanningar, greiðir Anna Maria frá.

Anna Maria er ofta bæði á Landssjúkrahúsinum og á sjúkrahúsum í Danmark við Jonu, og hvørja ferð endurtekur søgan seg. Jona

verður rættiliga ómøgulig og ger alt fyri, at hvørki læknar ella sjúkrasystrar sleppa at taka nakra roynd av henni. Anna Maria fær tó læknarnir í Danmark at ganga við til, at allar royndir hjá Jonu frameftir kunnu takast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, áðrenn Jona ke-mur til Danmark.

- Og hetta riggaði betur! Nógv betur, minnist Anna Maria aftur. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi settu starvs-fólkini eyka tíð av, tá tey vistu, at Jona kom at taka royndir. Tey vóru góð við hana og góvu sær góðar stundir at tosa við hana, so hon fekk fylgt við í tí, sum skuldu henda. Saman við Onnu Mariu og Rógva set-tu tey saman mannagong-dir sum gjørdu, at Jona kendi seg trygga allatíði-na. Eisini, sjálvt um henni als ikki dámdi at taka allar tær royndirnar, sum vóru neyðugar.

Klaksvíkar Sjúkrahús gjørdi tað møguligt at búgva í KlaksvíkJona er enn heilt lítil, tá tað gerst greitt, at hon er álvars-liga sjúk. Aftaná nakrar

NE YÐUGT AT VARÐVEITA KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS

Anna Maria Joensen:

Page 39: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 39100ÁR

innleggingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi siga læknarnir tí við foreldrini, at Jona skal hava eina opna innleg-ging á sjúkrahúsinum. Tað merkir, at hon altíð er knýtt at sjúkrahúsinum og tískil skjótt kann innleggjast ut-tan nakrar trupulleikar, tá hon verður sjúk. Hetta er nakað, sum foreldrini verða sera glað fyri, tí allar fyl-gisjúkurnar hjá lítlu gentu-ni gera, at hon verður øgi-liga lætt sjúk. Og tá hevði tað týdning fyri hana, at tað var skjótt at sleppa á eitt sjúkrahús.

- Fyri bæði Jonu og ok-kum hevði tað ómetaliga stóran týdning, at tað var so skjótt at koma á eitt sjúkrahús, sigur Anna Ma-ria.

Læknafakliga høvdu læknarnir á Ríkissjúkrahú-sinum í Keypmannahavn størri kunnleika til tað, sum bagdi Jonu enn læk-narnir á Landssjúkrahúsi-num og verður hon sostatt knýtt at donsku læknunum heldur enn teim føroysku. Og hvørja ferð, at Anna Maria er á Ríkissjúkrahú-sinum við Jonu, so spyrja læknarnir hana um, hvus-su langa leið tey hava til eitt sjúkrahús heimanifrá. Nú er Jona so mikið illa fyri, at læknarnir vildu ikki hava, at leiðin til eitt sjúkrahús var ov long. Tá Anna Maria sigur teimum, at tað einans tekur teimum undir 5 minuttir at koma á eitt sjúkrahús, so hildu teir altíð, at tað var ein ráðilig loysn fyri Jonu.

- So í veruleikanum var tað Klaksvíkar Sjúkrahús, sum gjørdi, at vit kundu búgva í Klaksvík við Jonu, slær Anna Maria fast.

Klaksvíkar Sjúkrahús var bindiliðiðHóast Jona í mestan mun var knýtt at Ríkissjúkrahú-sinum í Keypmanna-havn, so var Klaksvíkar Sjúkrahús altíð millum-liðið millum foreldrini og Rìkissjúkrahúsið.

- Bæði Jona, vit forel-dur og læknarnir á Ríkis-sjúkrahúsinum vóru sera væl nøgd við førleikan hjá

starvsfólkunum á Klaks-víkar Sjúkrahúsi. Tað var ongantíð nakað keðiligt har og vit kendu okkum allatíðina trygg við øllum. Um nakað ivamál var á sjúkrahúsinum her, so gjør-du læknarnir skjótt av og tosaðu við Ríkissjúkrahú-sið fyri at vita, hvat gerast skuldi. Eg veit frá læknu-num á Ríkissjúkrahúsi-num, at teir eisini hildu, at samskiftið var gott og at læknarnir fakliga vóru á høgum støði, greiðir Anna Maria frá og leggur aft-urat, at eisini starvsfólkini innan røktina, røntgenina, blóðrannsóknarstovuna og øll onnur starvsfólk vóru sera dugnalig og fyriko-mandi.

- Øll dugdu so væl at fáast við Jonu; bæði persónliga og professionelt. Tí hóast fleiri av teimum kendu hana aðrastaðni frá, so skuldu tey vera professi-onell á sjúkrahúsinum. Tað megnaðu tey so sera væl, minnist Anna Maria aftur.

Gjørdu alt fyri JonuSum 20 ára gomul verður Jona sjúk fyri seinastu ferð. Hon hevur í eitt gott ár verið knýtt at eini gran-skingarroynd á Ríkis-sjúkrahúsinum og hetta he-vur alt gingið væl. Ja, enntá so væl, at Jona hetta árið hevur verið betri fyri enn í langa tíð.

Men í eina tíð hevur Anna Maria merkt, at Jona er eitt sindur meira troytt enn vanligt. Hon skal niður á Ríkissjúkrahú-sið til nakrar kanningar, men áðrenn ferðina til Keypmannahavnar fara Anna Maria og Rógvi út á Klaksvíkar Sjúkrahús við Jonu, har royndir skulu ta-kast til Ríkissjúkrahúsið. Beint áðrenn tey fara út um hurðina verður Jona rættili-ga ússalig og tá tey koma út á sjúkrahúsið er heilt galið. Korosh, lækni, er til arbeiðis hendan dagin og saman við starvsfólkunum ger hann skjótt av. Samskift verður við Ríkissjúkrahúsið, sum vil hava Jonu niður skjótast gjørligt og soleiðis varð ei-sini. Jona verður í skundi

send til Ríkissjúkrahúsið, har hon nakrar dagar sein-ni andaðist í favninum hjá mammu síni. Anna Ma-ria leggur dent á, at tey á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru sera umsorganarfull hesa løtuna, tá Jona verður send niður.

- Tey vóru so fantastiska professionell og dugdi so væl. Eg veit eisini frá læk-nanum hjá Jonu á Ríkis-sjúkrahúsinum, at tey vil-du hava, at alt varð gjørt, fyri at Jona kundi fáa ein møguleika afturat. Og tað álitið høvdu tey á Klaks-víkar Sjúkrahúsi. Tey vistu, at starvsfólkini her heima dugdu síni ting! Tað er gott hjá mær sum mamma at vita, heldur Anna Maria.

Neyðugt at varðveitaKlaksvíkar SjúkrahúsÍ dag er Anna Maria ikki eina løtu í iva um týd-ningin, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur havt fyri tey sum familju.

- Fyri okkum persónliga hevði tað tann týdning, at vit kundu vera búgvandi í Klaksvík við einum so sjúkum barni sum Jonu. Eg veit væl, at tað bert er ein góður tími til Havnar og argumentið er ofta, at tað eru nógv longri teinar millum sjúkrahúsini í Dan-mark. Men hetta kann ikki heilt sammetast, tí veðrið í Føroyum er ikki tað sama sum veðrið í Danmark. Um veturin eru veðurlíkindini ofta so mikið vánalig, at als ikki er koyrandi suður. Tá mugu vit eisini min-nast til, at vit tosa um sjúk fólk, sum skulu avstað un-dir slíkum umstøðum. Tað skilji eg ikki, greiðir hon frá og leggur afturat, at hon heldur ikki skilur kjakið um at niðurleggja virksemi, sum virkar væl.

- Vit liva í einum oyggja-samfelag. Hetta skulu vit góðtaka og eisini raðfesta eftir, heldur Anna Maria og sigur víðari, at hetta kanska kann tykjast eitt sindur bláoygt, tá hugsað verður um fíggjarkarmar og so framvegis. Hon setir tó spurnartekin við prátið um at flyta okkara sjúku

heilt til Havnar, tá tey kun-nu vera í Klaksvík.

- Tað er so nógv annað í samfelagnum, sum kostar. Tí haldi eg, at vit mugu tora at raðfesta at hava eitt sjúkrahús í Norðoyggjum bæði til norðingar og eys-turoyingar. Vit kunnu ikki øll flyta til Havnar, men eiga heldur at hava somu sømdir her, sum vit eru.

Fokus á skeivum staðAnna Maria hevur bara góð minni at bera Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá tíðini saman við Jonu, har tær høvdu so tætt tilknýti til staðið. Hon hevur fleiri ferðir uppli-vað, at læknarnir á stað-num hava arbeitt munandi skjótari enn aðrastaðni og nevnir nøkur dømi um góðu hjálpuna, sum Jona fekk í Klaksvík.

- Í dag kann eg siga, at læknarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi altíð sóu Jonu sum eitt heilt menniskja. Teir avgreiddu ikki bara tað, sum teir vóru serfrøðingar í, men teir hugsaðu og tóku sær av øllum likaminum, heldur Anna Maria og leg-gur afturat, at hetta skal ikki skiljast soleiðis, at teir gjørdu seg til serfrøðingar á øðrum økjum. Men teir syrgdu fyri, at Jona fekk ta hjálpina, sum henni tør-vaði. Anna Maria hevur tó eisini onkuntíð kent eitt sindur til stríðið, sum ofta verður knýtt at Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Lands-sjúkrahúsinum.

- Faktiskt haldi eg, at starvsfólkini á Klaks-víkar Sjúkrahúsi kendu sínar avmarkingar og on-gantíð lótust kunna meira enn tað, sum tey kundu. Tey eru bæði professionell og hava hjartað við. On-gantíð upplivdi eg, at tað var Klaksvíkar Sjúkrahús móti Landssjúkrahúsinum. Tí um tey mettu, at tað be-sta fyri Jonu var at fara á Landssjúkrahúsið, so sen-du tey hana har. Hinvegin hoyrdi eg ofta sera neiligar viðmerkingar frá starvsfól-kum á Landssjúkrahúsinum um Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað haldi eg vera sera ópró-fessionelt, tí hvat skal eg

sum sjúklingur ella av-varðandi gera við teirra ne-iligu meining? Hjá okkum snúði tað seg bara um at fáa hjálp á tí staðnum, har vit nú einaferð vóru. Fyri meg viðførdi tað bara, at eg ofta bað um at sleppa norðuraft-ur at vera við Jonu. Eg ivist tó onga løtu í, at starvsfól-kini á Landssjúkrahúsinum eisini duga síni ting. Slíkar útsagnir vísa tó bara tíverri, at fokus onkursvegna lig-gur eitt sindur skeivt.

Skulu hava vælvirkandi sjúkrahús í KlaksvíkAnna Maria er ikki eina løtu í iva um, at vit eiga at varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús. Hon heldur, at sjúkrahúsið er eitt sera væl-virkandi sjúkrahús og slær fast, at soleiðis eigur tað framhaldandi at verða.

- Starvsfólkini á Klaks-víkar Sjúkrahúsi er ser-stakliga kompetent og mínar royndir eru, at bæði læknar og onnur starvsfólk hava eitt sera gott samskifti við læknar uttanlanda. Tey arbeiða eisini javnan uttan-landa og fáa royndir har, sum koma okkum brúka-rum í Føroyum til góða, heldur hon og leggur enn einaferð afturat, at saman við Jonu upplivdi hon eitt fyrimyndarligt sam-starv og samskifti millum Klaksvíkar Sjúkrahús og

Ríkissjúkrahúsið í Keyp-mannahavn. Klaksvíkar Sjúkrahús tók sær av øl-lum samskiftinum og eisini teim praktisku tingunum sum flogferðaseðlum, tá Jona skuldi til kanningar í Danmark.

- Vit upplivdu ongantíð nakrar trupulleikar hesum viðvíkjandi; heldur ikki, tá vit tosa um fylgjarar osfr. Hinvegin vóru ávísir trupulleikar, um Lands-sjúkrahúsið skuldi bíleg-gja, tí tá máttu vit veruliga prógva, at Jona nú eisini var so illa fyri, sum hon eina-ferð var. Eg vóni veruliga, at hendan mannagongdin er broytt í dag, sigur Anna Maria og leggur afturat, at tað møguliga er ein fy-rimunur, at tað ikki eru so nógv lið frá sjúklingi til umsiting á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- Alt virkar smidligari og er tað ikki júst hesum, vit ynskja at arbeiða fram ímóti innan almanna- og heilsuøkið? Í Klaksvík hava vit ein stovn í sam-felagnum, sum arbeiðir við serstakliga høgum tænastu-støði. Tí skilji eg ikki, at man tosar um at niðurleg-gja heldur enn at hyggja nærri eftir, hvussu hesin góði leisturin heldur kann flytast yvir á aðrar almen-nar stovnar.

Downs Syndrom er eitt kromosomfrávík, sum hevur fingið navnið eftir enska læknanum, John Langdon Down. Hann skrivaði longu í 1866 um nøkur felags eyðkenni fyri menniskju við hesum frávikinum. Menniskju við Downs Syndrom hava eitt frávik á kromosom nummar 21. Hetta viðførir, at øll við Downs Syndrom hava 47 kromosomir heldur enn tey 46, sum onnur fólk hava.

Longu stutt eftir føðingina kunnu ymiskir eginle-ikar við barninum, millum annað ávís andlitsbrá, geva illgruna um, at barnið hevur Downs Syndrom. Hetta kann millum annað verða lítla nøsin og tvey skrásitandi eygu. Downs Syndrom kann tó ikki endaliga staðfestast uttan eina kromosomroynd, sum verður gjørd við eini blóðroynd frá barninum.Út av hvørjum 1000 føddum børnum verður um-

leið eitt barn borið í heim við Downs Syndrom.

Page 40: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201540 100ÁR

Leiðandi yvir-læknin á Klaks-víkar sjúkrahúsi, Jákup Petersen, er nú farin í holt við at syngja seinasta ørindi. Tað vísir aldurin. Komandi ár fyllir hann 70 ár.

Jákup hevur verið hollur yvirlækni, sum við sínum køna handalagi, dyggu arbeiðsevnum, óendaligu orku og breiðu vitan hevur upprætthildið gylta image, sum stovnurin hevur havt seinastu 40 árini.

Seinastu tíðina hava vit, sum hava havt áhuga í at fylgt stovninum, sæð hansara ónøgdsemi við við-ferðina, sum hevur verið veitt sjúkrahúsútbygging- ini seinastu mongu árini. Samstundis hava vit sæð í Norðlýsinum ein ávísan – tó káman – fagnað av eini “smáfallandi” endur-nýgging innan karmarnar, har landsstýrismaðurin, sjúkrahússtjórin og fyri-støðukvinnan røddu, tá opið varð aftur.

Tað tykist løgið, at tá lagt var upp til fyri 10 árum síðani, at neyðugt var at útbyggja sjúkrahúsið fyri einar 250mió. krónur, at longu stutt eftir varð hetta kveistrað av borðinum so-leiðis, at nú var bara at fáa sum best burturúr. – Men tað sum komið er, er so ko-mið, sum onkuntíð verður

sagt. Hinvegin er nógv eftir at gera.

Ein nýbrotsstovnurvið dyggum imageAt ein nýbrotsstovnur sum Klaksvíkar sjúkrahús hevur verið og er, verður afturhildin við at fáa 15 mió. krónur, tá arbeiðast skuldi fram ímóti eini neyðugari útbygging fyri 250 mió. krónur fyri 10 árum síðani, samstundis, sum Landssjúkrahúsið verður útbygt 100falt við 1,5 mia.kr. við áhaldandi leiðslutrupulleikum er ill-grunasamt.

Í 1970 var ongin orto-pedkirurgur á Lands-sjúkrahúsinum, tí varð herðsla løgd á Klaksvíkar

Sjúkrahúsi, tá læknaskifti fór fram og at ortopedurin Gordon Rajani var settur yvirlækni, at fá upparbeitt hesa sergrein fyri landið. Hetta var stórt framstig fyri alt Føroyaland. Tað gekk væl, toymið við læknum og sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum starvsfólki upparbeiddu ígjøgnum ár eitt sjúkrahús við nýmótans viðgerð.

Tað gekk so mikið væl, at stríð kom millum læknar á Landssjúkrahús- inum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi og fekk tær fyl-gjur, at nú kravdu læknar á Landssjúkrahúsinum eisini at fáa hetta. Hetta skapti tær dupultfunktiónirnar, men tað sum læknarnir har

fing tað til, var at dupult-funktiónin var í Klaksvík. Her hevur KVF eisini havt sín leiklut.

Soleiðis er leikur farin fram ígjøgnum mong ár.

Soleiðis var við urologi- ini. Klaksvíkar Sjúkrahús framdi frambrotini, fyri síðani at missa tey til Landssjúkrahúsið.

Øll árini hevur gingist lutfalsliga væl at fingið skikkaðar læknar, og starvsfólkið hevur trivist væl, lætt hevur verið at fingið og fasthildið starvs-fólk, tað veri seg laboran-tar, fysioterapeutar, radio-grafar o.a.

Má siga, at útviklingurin er at harmast yvir sam-felagsliga. Hetta hevur gjørt samfelagið dýrari og minni effektivt at reka.

Eitt satt flaggskip

Ja, Klaksvíkar Sjúkrahús var ein feril av flaggskipi í føroyska heilsuverkinum og er tað lutfalsliga enn, tó heldur tapandi orsaka av tørvandi játtanum.

Fari til seinast at vísa til áhugaverdu greinina hjá læknanum Eivindi War-berg, í Norðlýsinum, sum segði tað sama, sum stýrið í sínari tíð og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús hev-ur sagt í 40 ár. – Politikarar! Hugsið praktiskt, hugsið undir ábyrgd, hugsið sam-felagsliga, og syrgið fyri, at tríbýtta sjúkrahúsøkið fæst at virka.

Eisini fari eg at ynskja Jákupi Petersen - hesum merkismanni av einum lækna - eitt gott seinasta ár á Klaksvíkar Sjúkra- húsi við tøkk fyri stóra týd-ningin hann hevur havt fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

So heilt til seinast, Heri Ellingsgaard: Syrg fyri, at fastur leiðandi yvirlækni er á Klakvíkar Sjúkrahúsi í framtíðini, tí eins gott og gevandi tað er, at fáa væl kvalifiseraðir avloysarar er tvingandi neyðugt at fastur yvirlækni er!

Jógvan við Keldu:

HERI! - SY RG F Y RI AT FASTUR LEIÐANDI Y V IRL ÆKNI ER Á KL AKSV ÍK AR S JÚKRAHÚSI Í FR AMTÍÐINI

Tað er onki løgi í at Klaksvíkar Sjúkrahús verður kallað Flaggskip við teimum nýbrotum og tí image tað hevur havt til fyrimunar fyri alt samfelagið í hálva øld.

Page 41: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 41100ÁR

Vit ynskja Norðlýsinumhjartaliga til lukku

við 100-ára hátíðardegnum

www.cig.fo

Norðhavnin 8 · Postboks 329 · FO-726 Ánirnar · Føroyar · Tel. +298 20 70 00 · Fax +298 20 70 10 · T-postur: [email protected] · www.cig.fo

Page 42: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201542 100ÁR

Page 43: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 43100ÁR

FM hálvmaraton, Eik hálvmaraton, motiónsrenning og barnarenning verður leygar-dagin 9. mai 2015 í gøtunum í Klaksvík og eru øll vælkomin at renna við.

Treysti skipar aftur í ár fyri Eik hálvmaraton í Klaks-vík. Hetta verður sam-stundis FM í hálvmaraton. Talan er um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km. Startur og mál verða ut-tanfyri Eik. Hálvmaraton verður runnið tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda. Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Fyri at luttaka í hálvma-raton skal ein vera fødd/føddur í 1998 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man eisini er limur í einum felag undir FÍF. Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Bilfrí rutaMeðan renningarnar fara fram verður øll rennirutan bilfrí, og standa vaktarfólk úti á rutuni.

Motiónsrenning og BarnarenningUmframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenning. Motións-renningin er eitt umfar av hálvmaratonrutuni, tvs. ei-naferð út á Bumshamar at venda og einaferð norður á Kósina at venda. Barna-renningin er eitt umfar runt ”Lítla Eið”, sum er umleið 650m.

Tíð og staðStartur uttanfyri Eik kl. 14.00. Barnarenningin byr-jar kl. 13.30.

FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:- Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1998)- Menn og kvinnur ve-teranar (f. 1960-1969)- Menn og kvinnur super-veteranar (f.-1959)

Eik hálvmaraton Klaks-vík 2015 verður kappast í hesum bólkum:- Menn og Kvinnur (1986 og yngri)- Menn og kvinnur B30-34 (1981-1985)- Menn og kvinnur B35-39 (1976-1980)- Menn og kvinnur B40-44 (1971-1975)- Menn og kvinnur B45-49 (1966-1970)- Menn og kvinnur B50-54 (1961-1965)- Menn og kvinnur B55-59 (195-1960)- Menn og kvinnur B60-64

(1951-1955)- Menn og kvinnur B65-69 (1946-1950)

7 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:- Menn og kvinnur (f. 1970-1998)- Menn og kvinnur ve-teranar (f. 1960-1969)- Menn og kvinnur super-veteranar (f.-1959)

Barnarenning verður kappast í hesum bólkum:- Gentur og Dreingir -7 (f.2008 ella seinni)- Gentur og Dreingir -10 (f.2005-2007)- Gentur og Dreingir -13 (f.2002-2004)- Gentur og Dreingir -17 (f.1998-2001)

Kostnaðurin fyri at luttaka:Eik hálvmaraton Klaksvík 2015 kr. 275,-7 km Motiónsrenning kr. 100,-Barnarenning kr. 50,-

Renniblusa (hálvmaraton)Tey sum melda til og hava goldið innan á miðnátt 19. apríl fáa eina renniblusu .

Gevið gætur: Renni-blusan er bert galdandi fyri Eik hálvmaraton.

Heiðursmerkir og handanØll sum gjøgnumføra Eik hálvmaraton Klaksvík 2015 fáa heiðursmerki.

Nummar 1, 2 og 3 í øl-lum hinum kappingunum og bólkunum fáa eisini heiðursmerkir.

Tilmelding hálvmaratonMelda til á www.fif.fo un-dir ”Tilmelding”. Leggið til merkis, at síðsta freist at melda til Eik hálvmaraton er mikudagin 6. mai 2015 á miðnátt, og ongin tilmel-ding til hálvmaraton verður á staðnum. Á netinum kann bert gjaldast DANKORTI.

Tilmelding motiónsren-

ning og barnarenningTil 7 km motiónsrenning og barnarenning kann ei-sini meldast á www.fif.fo í seinasta lagi 8. mai á miðnátt. Á netinum kann bert gjaldast DANKORTI.Tó kann ein eisini tilmelda seg á sjálvum kappingar-degnum við at gjalda kon-tant. Tá er evsta freist til Barnarenningina kl. 13.00 og Motiónsrenningina kl. 13.30.

StartnummarAvheintað startnummar og melda til í deildini hjá Eik í Bøgøtu í Klaksvík 9. mai áðrenn kl. 13.30. Barnaren-ningin áðrenn kl. 13.00.

UmklæðingUmklæðing í Badminton-høllini (300m frá starti-num)

Á www.treysti.fo kann lesast um tiltakið.

EIK HÁLV MAR ATON KL AKSVÍK 2015

Page 44: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201544 100ÁR

Nú vit ynskja Norðlýsinum tillukku við teimum 100 árunum, hevur blaðið valt at seta kikaran á heilsuverkið við serligum atliti at Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað vóru eldsálir í Norðoyg-gjum og Eysturoynni saman við táverandi lækna, sum seinast í 1800-talinum sóu týdningin av at byggja sjúkrahús í Klaksvík. Øll árini síðan hevur Klaks-víkar Sjúkrahús (KS) ve-rið stóra trygdin í økinum, tá sjúka og skaðatilburðir hava rakt.

Læknavísindi og sjúkra-røkt eru broytt nógv hesi árini. Nýggjur kostnaðar-mikil heilivágur, nútímans útgerð, fleiri viðgerðarhæt-tir, alsamt størri læknalig spesialisering og kravið um hægri játtan eru millum stóru avbjóðingarnar, á øl-lum heilsuøkinum – eisini á KS.

Miðsavnan eingin loysn Støðuga trýstið á heilsuver-kið og sjúkrahúsini hevur fingið partar av politisku skipanini og sonevndar ser-frøðingar á økinum at mæla til miðsavnan av øllum sjúkraviðgerðum á Lands-sjúkrahúsinum (LS) og samsvarandi niðurlaging av smærru sjúkrahúsunum til skaðastovur og endurven-jingarstovnar í dagtímu-num.

Eitt nú hevur Javnaðar-flokkurin, tá hann hevur umsitið heilsuøkið nógvu seinastu árini, arbeitt við at niðurlaga virksemið við ætlanum um at seta eina le-iðslu, og við at flyta týðan-di uppgávur, eitt nú læk-navaktina og føðideildina til Havnar.

Hetta er eftir míni bestu sannføring ein skeiv gongd, ið ikki hevur havt sparingar

við sær, og sum hevur gjørt tænastuna til borgaran ver-ri.

Vit hava, sum er, brúk fyri hvørjum króki, og øl-lum góðum kreftum á te-imum trimum sjúkrahúsi-num. Besta loysnin er tí, at greitt uppgávu- og ábyrgd-arbýti verður gjørt millum sjúkrahúsini. Soleiðis sum samgonguskjalið ásetir.

Til dømis eiga sergreinir innan ortopedi, urologi og onnur hóskandi øki at verða staðsettar á KS.

Tá býtið er gjørt fer, at bera til at skipa sam-starv millum sjúkrahúsini, kommunulæknaskipani-na og aðrar partar í heil-suverkinum soleiðis, at sjúklingurin verður settur í miðdepilin og fær skjóta og góða viðgerð, har besta serfrøðin er.

Samferðsluviðurskiftini eru góð, bæði tá talan er um sjúkraflutning og flut-ning av upplýsingum um sjúklingar umvegis talgildu heilsuskipanina, og eru tí ikki ein forðing fyri at fáa skipanirnar at virka sum eina eind.

Læra av okkara grannumGrannalondini hava somu stóru avbjóðingar at dra-gast við, hóast tey lutfal-sliga nýta meira pening til sjúkrahúsini enn vit. Fleiri av londunum hava eisini roynt at loysa av-bjóðingarnar við at miðsav-na uppgávurnar á størri

sjúkrahúsunum, og við at niðurleggja tey smærru. Men tað hevur ikki loyst trupulleikarnar. Heldur tvørtur ímóti.

Risa meirkostnaðir í sambandi við miðsavningi-na, óneyðugir útbyggingar-kostnaðir, øktur sjúkraf-lutningur og økt umsiting hava ikki gjørt raksturin bíligari, og tænastan til borgaran er ikki vorðin be-tur. Serliga eru økini, sum liggja í størri fjarstøðu frá sjúkrahúsunum, illa fyri, tí tænastan til sjúklingar, ið javnan skulu í viðgerð ella til kanningar, gerst ótolandi, orsaka av nógva og tíðarkrevjandi flutningi-num millum bústað og sjúkrahús.

Hví ikki læra av okka-ra grannum, heldur enn at gera somu mistøk, tá vit frammanundan vita, at miðsavnan minni enn so er rætta loysnin – hvørki tá talan er um fíggjarligan vinning, ella tá tað snýr seg um betur tænastu til sjúklingin?

Vit skulu minnast til, at ein miðsavnan heldur ikki verður nakar fyrimunur fyri LS.

Sláa manngarð umKlaksvíkar SjúkrahúsFlestu viðgerðirnar eru á Landssjúkrahúsinum (LS). Men nógvar av skipanunum har eru sperdar. Serlæknar hava ov nógv um oyrini, og starvsfólk annars hava

úr at gera, tí innleggingar-nar og arbeiðsuppgávurnar eru fleiri, enn orka er til á stovninum. Samstundis er tað almenn vitan, at eitt nú KS í størri mun hevur mø-guleika at taka sær av fleiri av viðgerðunum, sum í dag koma í drag, tí uppgávurnar ikki verða skipaðar nøktan-di millum sjúkrahúsini.

Skipa samstarv fer bæði at bøta um viðgerðirnar og um arbeiðsumstøðurnar.

Lítið er at ivast í, at tað er brúk fyri hvørjum króki og øllum góðum kreftum á teimum trimum sjúkrahú-sinum. Tí er umráðandi at fáa skipanirnar at virka optimalt við rætta bygnaði-num og í góðum samstarvi. Tað eigur at standa øllum greitt, at tað hevði verið fongur fyri sjúkrahúsini, samfelagið og ikki minst sjúklingin, sum eigur at se-tast í miðdepilin, um heil-suverkið í størri mun vir-kaði sum ein eind.

Mítt tilmælið er, at vit sláa manngarð um KS, sum á ongan hátt má niðurlaga-st. Tí tað er sera umráðan-di at KS eisini í framtíðini verður trygdin í økinum, og ein týðandi partur í strem-banini eftir at betra um heilsutænastuna í Føroyum sum heild.

Landsstýrismaðurin má taka støðuKS hevur gingið undan in-nan nógvar krevjandi við-gerðarhættir í mong ár, og

KS hevur eisini ligið fram-marlaga í nøgdsemiskan-ningum millum sjúklingar. Skal positiva gongdin halda fram, er neyðugt við tryg-gum og nútíðarhóskandi kørmum, nøktandi innihal-di og størri rakstrarjáttan.

Tað er tí neyðugt, at landsstýrismaðurin í heil-sumálum, Karsten Han-sen, skjótast gjørligt tekur støðu til, hvørjar sergreinir og tænastur skulu veitast á KS, hvørjar uppgávur sku-lu røkjast á hinum báðum sjúkrahúsunum, og hvør-jar viðgerðir vit noyðast at samstarva við sjúkrahús í grannalondunum um.

Samgonguskjalið sigur greitt, at slík støða skal takast. Nógv føgur orð eru søgd, og tíðin er búgvin at handla!

Ikki fyrr enn tað er gjørt, ber til at leggja samstar-við millum sjúkrahúsini og aðrar neyðugar partar á heilsuøkinum í fastar kar-mar. Hetta fer eisini at gera tað lættari at leggja til ræt-tis tær framtíðar um- og út-byggingar, sum eru neyðu-gar á KS.

SatellittskipanirÍ allari umskipanini av heilsuøkinum hevur tað avgerandi týdning, at sjúklingurin verður settur í miðdepilin. Og tað eigur at standa øllum greitt, at reglulig og drúgv ferðing ikki er rætta loysnin, hjá fólki, ið eru illa fyri. Ikki

minst av teirri orsøk er umráðandi, at sjúkrahúsini samstarva, og at viðgerðir, har tað er møguligt, verða framdar í nærumhvørvi-num.

Ein møguleiki í hesum sambandi er at uppbyggja sonevndar satellittskipanir.

Í Danmark og aðrastaðni verður skipanin nýtt t.d. í sambandi við dialysuvið-gerð av nýrasjúklingum. Tað kom fram á áhug-averdum evnisdegi um nýrasjúkur í Felagsskúla-num á Oyrabakka herfyri.

Serlækni í nýrasjúkum er á LS, og øll dialysuviðgerð, sum ikki kann fremjast við posadialysu, fer í dag fram í Havn. Hetta hevur við sær óneyðuga tíð og orku til ferðing hjá nýrasjúklingum í Norðoyggjum og Eys-turoynni. Sum noyðast til Havnar fleiri ferðir um vik-una í dialysuviðgerð.

Ein lutfalsliga sera lítil íløga í eina satellittskipan við dialysuviðgerð á KS, hevði hinvegin ført við sær, at nýrasjúklingar og teir-ra avvarðandi fingu eina munandi betur tænastu. Sama støða er galdandi í Suðuroynni.

Peningur er settur av til hesa satellittskipan. Tí er má hon fáast at virka bei-nanveg.

Bjørn Kalsø,landsstýrismaðir

EIG A AT SL Á A MANNG ARÐ UM KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS

Page 45: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 45100ÁR

EIN STJÓRI Á TRIMUM SJÚKRAHÚSUM - EINGIN LOYSNSambært Sosial-inum og øðrum miðlinum hevur løgmaður um dagarnar verið á fundi hjá veljara-felagjum Føroya Val í Havn. Stóra kjakevnið, var hart sperda heilsuverkið.

Sum skilst var niðurstøðan á fundinum, at ein stjóri skal setast, sum fær upp-gávuna at valda á øllum tri-mum sjúkrahúsinum.

Somu loysn hevur Javnaðarflokkurin arbeitt við, tá hann hevur verið

í samgongu. Millum an-nað hava bæði Hans Pauli Strøm og John Johannesen arbeiddu við somu loys-num, tá teir hava umsitið málsøkið.

Sjálvur taki eg als ikki undir við hesi ætlan, og hon samsvarar hvørki við galdandi sjúkrahúslóg ella samgonguskjalið. Mær vi-tandi heldur eingin fesk avgerð tikin um hesi viður-skifti í Sambandsflokki-

num.Tí harmar tað meg, at

løgmaður kemur fram við hesum.

Sjúkrahúsverkið he-vur í longri tíð verið un-dir stórum trýsti. Og nógv bendir á, at tað er neyðugt at gera tillagingar. Millum annað má greiða fáast á, hvørjar uppgávur sjúkrahú-sini skulu røkja, arbeiðast skal við samstarvi millum sjúkrahúsini og neyðug

játtan at reka sjúkrahúsini fyri má eisini til, soleiðis at sjúklingurin í størri mun kann setast í miðdepilin.

Sentralur stjóriikki rætta loysninEin sentralur stjóri er ikki rætta loysnin, tí hesin fer at sita alt ov langt frá stovnu-num, sum allir skulu stjór-nast. Tað fer við tíðini at máa støði undan sjúkrahú-sinum í Klaksvík og á Tvør-

oyri og Landssjúkrahúsið fer avgjørt heldur ongan fy-rimun at fáa av hesum.

Fari tí at heita á løgmann at ganga frá ætlanini um ein stjóra, og heldur skunda undir landsstýrismannin á økinum, soleiðis at hann í trá við samgonguskjalið bei-nanvegin staðfestir, hvør-jar uppgávur og sergreinir hvørt sjúkrahús skal røkja. At greið leiðsluviðurskifti verða fingin í lag á hvørjum

sjúkrahúsi sær, og at avtalur verða gjørdar um samstarv millum sjúkrahúsini.

Einans á tann hátt ber til at fáa tríggjar væl virkandi eindir, sum í góðum sam-starvi kunnu virka sum eitt heilsuverk sjúklinginum at frama.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaðir

Page 46: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 201546 100ÁR

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahú-sið bygt í Klaksvík. Norðoyggjar høvdu síða-ni 1871 havt læknahús á umleið sama stað har læk-nahúsini standa í dag. Her búði økislæknin, ið røkti allar Norðoyggjar. Norðoy-ingar vildu meira enn eitt læknahús og ynski um eitt sjúkrahús lá frammarlaga. Sjúkrahúsið skuldi ser-liga hýsa sjúklingum, ið vórðu komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til at vera heima við hús.

Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lóg-vatak saman við Norðoy-ingum og innsavnan av peningi fór ígongd mitt í 1890’unum. Stóri ígongdse-tarin av tiltakinum var læk-nin Bartsch, sum starvaðist sum økislækni í Norðoyg-gjum frá 1891 til 1898.

Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898 vóru allar rokningar longu goldnar og peningur eftir á kistubotninum til at keypa tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Mangt er hent á sjúkrahúsøkinum í far-nu øld og fram til í dag. Nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum er frá fyrst í 1960’unum við tilbygningi í 1988. Fyrst í 1980’unum varð Norðoya Røktarhe-im tikið í nýtslu. Heimið er bygt afturat sjúkrahúsi-num og fekk sjúkrahúsið

tá saman við røktarhei-minum betri umstøður á fleiri økjum, m.a. stórkøk, goymslur, kapell, felagshøli o.s.v.

Kelda: www.ks.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús í

Klaksvíkar Sjúkrahús er í ár 117 ár, men seinastuútbyggingarnar liggja heilt afturi í 1960’unum.

117 ÁR

Page 47: Nordlysid nr 12 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 12 MIKUDAGIN 15. APRÍL 2015 47100ÁR

Page 48: Nordlysid nr 12 2015

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Kl. 10.00 Húsið letur upp. Kl. 10.30 Norðlýsið byrjar beinleiðis sending á www.nordlysid.fo (Stjórin og blaðstjórin)Kl. 11.00 Borgarstjórin, Jógvan Skorheim ber fram kvøðu. Live á nordlysid.foKl. 13.30 Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og tjakari, sigur sína meining um Norðlýsið.Kl. 14.00 Grísur er grillaður uttanfyri og klárur at smakkaKl. 14.00 John William Joensen bjóðar vælkominKl. 14.10 Oliver Joensen sigur nøkur orðKl. 14.20 Eigil Hentze sigur nøkur orð

Síðani verður orðið frítt til hann ella hana, ið vil siga nøkur orð. Alt verður stroymað.

- lokala røddin sí ðani 1915

100 ár

Móttøka á Rygsvegi16. apríl frá kl. 10.00 til kl. 18.00. Pinnamatur, súpan og smakkiroyndir frá Føroya Bjórer at fáa allan dagin.

Øll tit ið vilja heilsa uppá okkum á 100ára degnum eru vælkomin á Rygsveg 3 hósdagin 16. aprílímillum kl. 10.00 og 18.00. Tað hevði glett okkum at sæðso mong sum gjørligt.