nordlysid nr 04 2014

20
NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 ØÐRUM TIL EGGJAN OG FYRIMYND GADUS YVIR 300 TONS UMMÆLI: Vága samferðslusøga EIN ÁHALDANDI JÓLAÓDN Eitt 125 ára minni um Jólafundin og Føroyingafelag STJØRNAN ÚTI AV STEYPAKAPPINGINI KÍ VANN FYRSTA VENJINGARDYSTIN 9 772245 065007 AV ÓTTA FYRI BÁTUNUM GINGU VIT UPPI ALLA MÁNANÁTTINA sigur Mikkjal Mikkelsen í Árnafirði, tá vit spyrja um støðuna, nú at kalla øll bygdin nærum sær bumburakt út.

Upload: nordlysid

Post on 13-Mar-2016

381 views

Category:

Documents


16 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað fríggjad. 31. jan. 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 04 2014

NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915Ø ÐRUM T IL EGG J A N OG F Y RIM Y ND

G A DUS Y V IR 300 T ONS

UMMÆLI: Vága samferðslusøga

EIN Á H A LDA NDI JÓL AÓDNEitt 125 ára minni um Jólafundin og Føroyingafelag

STJ Ø RN A N Ú TI AV STE Y PA K A PPINGINI

K Í VA NN F Y RSTA V ENJING A RDYSTIN

9772245065007

AV ÓT TA F YRI BÁTUNUM GINGU VIT UPPI ALL A MÁNANÁT TINAsigur Mikkjal Mikkelsen í Árnafirði, tá vit spyrja um støðuna, nú at kalla øll bygdin nærum sær bumburakt út.

Page 2: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 20142

Í orðum og myndum hava Dánjal Poulsen og Heini F. Petersen við »Vága samferðslusøgu« greitt eitt megnarverk úr hondum – øðrum til eggjan og fyrimynd at skriva staðbundna samferðslusøgu

Page 3: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 3

PÓL Á KLETTI

Enn hoyri eg fyri mær eyðkenda motorljóðið frá »Vesturleið«, tá hann na-krar túrar um vikuna sigldi eftir Hestfirði úr Vágum til Havnar og heimaftur – við farmi og ferðafólki.

Sjálvur untist mær at sigla við hesum skipi sum ferðafólk, og nú eg fyri jól fekk í hendi »Vága sam-ferðslusøgu« eftir Heina F. Petersen, fyrrv. lærara í Sandavági, og Dánjal Poul-sen, ferðastovustjóra úr Vatnsoyrum, og síggi mynd av skipinum, vekur tað nøkur minni frá barnaáru-num í Hesti. »Vesturleið« legði ikki at í Hesti. Skuldi fólk við til Havnar, mátti boðast frá til Miðvágs og so bátur umborð. Sama tá komið var úr Havn. Tá mát-ti tú, áðrenn skipið legði frá bryggju, boða frá út í Hest

at fáa bát eftir tær, tá skipið legði stilt úti fyri bygdini.

Einaferð datt ein hest-maður niðurfyri, tá hann skuldi upp úr bátinum umborð »Vesturleið« til Havnar. Hann var fingin innanborða í øllum góðum, men mátti sita í karmi á veg til Havnar. Onkur íspe-gil yrkti tá eina skemtivísu um tilburðin við lagnum til sangin »Nú dagur steig / úr eysturleið« ‒ um mannin, sum »gleið á Vesturleið«. Vesturleið rímaði her so væl til eysturleið. Men í skúlanum í Hesti høvdu næmingarnir ilt við at bara sær, tá lærarinnan í mor-gunsanginum legði fyri við »Nú dagur steig...«, tí mangur hoyrdi fyri sær hin sangin, har konan »óð á dekki stóð«, tá maðurin »í bláma vóð«. »Men tá hon sá, / hann kom uppfrá / við tarablað’ á nakka, / o, san-

nilig, / so skar hon við, / og visti ei hvørjum, hon skuldi takka.«

Bókin »Vága samferðslu-søga« er rættiliga stór, 480 síður, við nógvum myn-dum, nýggjum og gomlum. Grundarlagið er framsý-ning, sum varð fingin í lag um samferðslusøguna í Vágum, tá Vágatunnilin læt upp fyri góðum ellivu árum síðan. Og hon eigur at vera øðrum til eggjan og fyrimynd at lýsa staðbund-na samferðslusøgu. Og her verður gamla tíðin lýst um-framt sjálvan tunnilin og flogferðsluna.

»Tit, sum fýlast á – minnist til«Tá ið eg hevði lisið bóki-na og sannað tað nógva sleip, fólk høvdu um firðir og sund við árabáti og til gongu upp um fjøll – t.d. í doktaraørindum – kom eg

at hugsa um eina útoyggja-stevnu í Kalsoynni fyri nø-krum árum síðan.

Eftir at stevnan varð sett í Mikladali varð farið norður á Trøllanes, har fól-kafundur skuldi vera. Farið varð við bussum norður. Í tí bussinum, eg var í, gramdi onkur seg um, at nóg so trongligt var í bussinum – at ein nóg illa fekk hoykt seg niður at. – Tá sigur ein maður: »Tit, sum fýlast á, at ov trongt er í bussinum, minnist til, at fyri bert fáum árum síðan høvdu tit noyðst at farið til gongu handan vegin.« Hann peikaði á ein steyra uppi í fjallinum norðan fyri Mikladal, sum vísti ókunnufólki á gomlu bygdagøtuna millum Mik-ladal og Trøllanes.

Jú, meira fær, meira vil hava. Vit hava framkomið vegakervi og framkomin flutningstól, men kortini

grenja vit og hugsa ikki um tað sleip, forfedrar okkara skuldu taka á seg á ferðum millum bygda – í neyðsend ella í postflutningi, ofta á vandaferðum, sum kostaðu mannalív.

Tað váttar »Vága sam-ferðslusøga«, har sagt verður frá t.d. ólukkum í Vestmannasundi.

Føroyar latnar uppÍ einum av endurmin-ningum sínum frá pre-staárunum í Suðurstreymoy í 1920’unum, nevnir danski presturin Carl Hermansen, at hóast Føroyar ikki vóru stórar, so kendi fólkið ikki land sítt til fulnar. Tey, sum búðu í Suðuroy kendu ikki væl oyggjarnar fyri norðan og øvugt. Og fólk ferðaðust ikki soleiðis ørindaleys tá í tíðini bara fyri at njóta nát-túruna. Heimalívið við tess skyldum fevndi um bæði

gerandis- og høgtíðsdagar. Okkurt undantakið var

tó, sum m.a. ein samrøða, Útvarpið miðskeiðis í seks-tiarunum hevði við Jákup Jóhs. Matras í Follendi á Viðareiði váttar. Fyrst í 1900-árunum fór hann sum unglingi saman við byg-darmonnum til fólkafund á Sandi. »Tað bar ikki til at liggja her norðuri á Viðare-iði og ikki vita, hvussu Før-oyar sóu út,« segði hann. Hann greiðir frá, hvussu ferðamøguleikarnir vóru; »Smiril« hjá Mortensen á Tvøroyri sigldi tá millum oyggjarnar. Og Jákup Jóhs. í Follendi »livdi uppá« hesa ferðina alt lívið.

Útbygda samferðsluker-við hevur latið Føroyar upp. Eg havi verið so hep-pin at ganga frá Bø upp um Skarðið til Gásadals. Tað hevði eg neyvan gjørt í dag, nú bergholið ger tað

Ø ÐRUM TIL EGGJAN OG F Y RIMY NDUMMÆLI: Vága samferðslusøga

Bygdargøtan á Slættanes, Norðuri á Fjøllum. Slæt-tanes var niðursetubygd, har fyrstu fólkini settust

í 1835. Seinasta húskið flutti úr bygdini í 1964

Page 4: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 20144

so høgligt at ferðast. Ikki uttan so at eg var við í on-krum gongubólki.

Eystur um sund at halda brúdleypSerstakt kapittul er Vágar undir seinna heimsbardaga. Oyggin var meginstøð hjá bretska hervaldinum hesi árini 1940-45 við mongum túsundtals hermonnum. Her varð flogvøllur bygdur, sum saman við øðrum her-naðarútbúnaði kravdi ser-stakt eftirlit.

Tú kundi ikki fjakka hvar tú vildi, um tað so bert vóru eini smáørindi millum bygda uttan eyðmerking. Sjálvt út á heiðina í torvar-beiði slapp tú ikki uttan pass, og tað mátti tú altíð hava hjá tær.

Nú tala vit um fastbúg-vandi fólk í Vágum. Hjá fólkum úr øðrum oyggjum var knívskorið. Og Hei-ni F. Petersen og Dánjal Poulsen nevna sum dømi um hetta, at kallur og kvin-na í Vágum, sum gingu saman í hjúnalag, valdu at fara í bygd eystan fyri sund – á Streymoynni – at halda brúdleyp, so gestir aðrastaðni enn í Vágum kundu sleppa við.

Stóra tøkk uppibornaSum vituligt gera Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen nógv burtur úr loftferðslu-ni, tí Vágar er tann ásurin, henda ferðsla hjá okkum snarar um. Men henda par-tin vildi eg mælt til, at hann var ikki so drúgvur korti-ni, tí her verður greitt frá ymsum tøkniliguim viður-skiftum, ið einans tey, sum

hava beinleiðis áhuga fyri flogførum og loftferðslu, munnu vera fegin um.

Dánjal Poulsen og Heini F. Petersen eiga stóra tøkk uppiborna fyri »Vága sam-ferðslusøgu«. Ein byrjan, ið eg vóni, at onnur fara at taka undir við aðrastaðni í Føroyum.

Í postsøgu sínari hevur Vilhelm Johannesen, fyrrv. landsstýrismaður, ávegis nortið við flutning millum oyggjar og bygdir. Sama hevur Landsverk gjørt í sínum minnisritum, ið ym-sir høvundar hava greitt úr hondum. Men her hava vit eina staðbundna sam-ferðslusøgu burturav.

Vesturleið á veg inn á Havnina. Frá 1948 til 1966 sigldi skipið nakrar túrar millum Miðvág og Havnina.

Eisini á Vestmanna sigldi skipið, og tá tað lá fyri til Mykinesar. Í Hestfirði var eisini steðgað uttan fyri Koltur

og Hest, har bátur róði umborð, tá áneyðir vóru fyri tí. Pf. N. Niclasen í Sørvági átti hetta ferða- og farmaskipið

Postbáturin Súlan sigldi millum Sørvág og Mykines. Meðan vanligir bátar og vanlig skip vóru skrásett við VA, KG, TN o.s.fr., so vóru postflutningsførini merkt við P, sum vit síggja á bógnum á Súluni

Seinni Sam á Vestmanna, stúgvandi fullur av bilum

Page 5: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 5

Tað sigur Regin á Bakka, stjóri í Bakkafrost. Eitt nú á Borð-oyarvík vita alararnir hjá okkum ikki størri upp-gang enn tað sama, men tað megnaðu aliringarnir á Víkini eisini.

Orsøkin til at vit vendu okkum til stjóran á Bak-kafrost var, at vit frættu um ein alibát á Lambavík, sum fór illa í uppganginum har sunnudagin.

Regin á Bakka sigur, at tá landsynningur og eystan leika í á Lambavík, tá er neyðugt at draga alibátar-

nar niðan, tí har er ikki lig-gjandi í landsyningsbrimi.

Har eru tvinni pláss, sum teir plaga at draga bátarnar niðan á, eitt niðari og eitt longri uppi. Sunnudagin væntaðu menn ikki so ringt veður, og tí stóð ein alibátur

hjá okkum á vogni á niðara parkeringsplássinum.

Men rættulig ódn tók seg upp og báturin fór illa og partur av honum endaði í ánni. Av veðri og brimi fór grótkastið eisini rættuliga illa, so sigast má at brimið

hevur verið ógvusligari enn vanligt.

Annars er lítið og onki hent við aliringunum. Teir eru allir intaktir, treyðugt so, at endar og trygdar-net skulu eftirhyggjast og kanska skiftast, men tað er

slíkt , sum kemur fyri.

Av Borðoyarvík segði ok-kara maður Dorius Hvid-bro mær, at hann so nógvan uppgang hevði hann valla sæð síðani hann byrjaði at arbeiða har. Men vit hava

sum sagt ikki havt nevni-verdugar trupuleikar av ali-ringunum kring landið og tað sama er galdandi fyri Borðoyarvík.

HÓAST ÓMETALIGT BRIM, KL ÁRAÐU ALIRINGARNIR SEG VÆL

Page 6: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 20146

L E I Ð A R I N

80 ár7. februar fyllir Asta Abrahamsen,

Klaksvík 80 ár, í tí sambandi mverður opið húsleygardagin 8. februar í hondarbeiðsskúlanum

í Klaksvík (gomlu Heygabúðini) frá kl. 11 til kl. 16, har øll eru hjartaliga vælkomin

Hagafundur fyri Skálatoftahaga

Mánadagin 10. februar kl. 19.00í Skúlanum við Ósánna.

Skrá1. Roknskapur

2. Val av hagastýri3. Ymiskt

Hagastýriðv/Olaf Joensen

Fín elektronisk songVegna flyting verður lítið brúkt,

fín elektronisk song til sølu. Nýprísur 18.000 krónur, selist fyri 8.000,-

Telefon 216715

Kamar til leigu í Klaksvík Um tú manglar eitt kamar at búgva í meðan tú

gongur í skúla, ella arbeiðir her í Klaksvík - ja so havi eg eitt kamar til júst tín.

Tú fart atgongd til køk, stovu, wc - og sjálvandi eisini vaskirúm - hetta er ein nýmótans kjallaraíbúð.

Prísurin er kr 2.500,- um mðr tá er olja og EL íroknað. Um hettar er nakað fyri teg, so kanst tú senda

ein mail til [email protected] ella ring 215832

TøkkEg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum,

sum á ymiskan hátt gleddu meg ákonfirmatiónsdegnum 6. oktober 2013og gjørdu mær dagin so minnisríkan.

HeilsanErling Mørkøre,

Tórshavn

Flakatrolarin Gadus roynir í russiskum sjógvi. Gadus fór avstað 28. desember og eftir eina langa reisu byrjaði fiskiskapurin fyrst í januar. Mikumorgunin í hesi vikuni fór Gadus uppum 300 tons. Brandur Joensen er skipari á Gadus hendan túrin.

G ADUS Y VIR 300 TONS

Tað hevur ongantíð verið ætlanin við lógini um undirs-jóvartunlarnar til Vágarnar ella Norðoyggjar, at bum-gjaldið eisini skal gjalda partapeningin hjá landskassa-num aftur.

Nógv hevur verið frammi um bumgjaldi, sum brúkarar-nir av undirsjóvartunlinum úr Norðoyggjum og Vágu-num hava verið tyngdir av nú í eitt langt áramál.Sjálvt løgmaður hevur gingið inn fyri, at vit fram-haldandi skuldu gjalda bumgjald, líka til landskas-sin hevur fingið sín partapening aftur, men nú hevur millum aðrar advokaturin Bjørn á Heygum skorið út í papp, í løgfrøðiligari niðurstøðu, sum hann hevur gjørt fyri Norðlýsið, at ætlanin við lógini ongantíð hevur ve-rið at bumgjaldið skuldi gjalda annað enn lánini, ren-turnar av lánunum og raksturin av tunlunum, til lánini eru afturgoldin og tunlarnir handaðir landinum uttan gjald til tunnilspartafeløgini.Sjálvt um vit, sum hava fylgt við í tunnilsmálinum líka frá tí at byrjað var at tosa um undirsjóvartunlar og til dagin ídag, alla tíðina hava vita um ætlaninar og hugburðin aftanfyri fíggingina av tunlunum, so hava stýrandi politikararnir í seinastuni vilja stýrt tann ve-gin, at vit framhaldandi skulu gjalda og akilleshælurin er uttan ivað peningur til stóru verkætlaninar fyri fram-man um undirsjóvartunlar úr Eysturoynni og til Havna og úr Sandoynni og til Havnar.Bjørn á Heygum staðfestur, at um verandi undirsjóvar-tunlar framhaldandi skulu kunna krevja bumgjald, so noyðist landsstýrið niðan í tingið við nýggjari lóg um bumgjald.Tað hevði verið at blást og at havt mjøl í munninum, um so var at landsstýrið einaferð enn skuldi kravt par-tapeningin, sum landið hevur sett í tunlarnar, aftur frá okkum skattgjaldarum, tí partapeningur er peningur sum føroyski skattaborgarin frammanundan hevur goldið landskassanum, tí kann ikki koma upp á tal, framhaldandi at krevja bumgjald eftir at øll lán í tunlu-num eru goldin, við tí grundgeving at landskassin við krevja ”sín” partapening aftur, tí hetta er jú peningur, sum vit longu hava goldið landskassanum, nevniliga áðrenn landskassin nakrantíð setti í tunlarnar. Tað var jú skattgjaldarans peningur, ið bleiv settur sum parta-peningur í tunlarnar báðar.Her á hesum teigi hava vit fyrr fílst á ójavnan í, at pe-ningaliga byrðin hevur ligið so tung á borgarunum sum hava búð í Vágunum og Norðoyggjum hesa tíði-na. Gamaní hava vit ikki einsamøll verið um at gjalda Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Men av góðu grun-dum eru vit sannførd um, at eitt nú fólk úr høvuðsstað-num eru sloppin alt ov væl undan at luttaka í hesum stóru og alneyðugu verkætlanunum fyri Føroyar.Tað er nevniliga stutt síðani at blaðfólk, sum er komið væl upp í árini, og sum í eitt mannaminni hevur arbeitt á eini høvuðssstaðarredaktión, segði seg ikki finna til Klaksvíkar.Nú tá okkara politikarar royna í felag at finna ein leist at fíggja Eysturoyar og Sandoyartunlarnar við, so vóna vit og rokna við, at afturberingarnar úr Vágunum og Norðoyggjunum koma fólkunum á hesum pørtum av landinum til góðar í ávísan mun.

Tveir advokatar hava gjørt sínar niðurstøður, og tær kunnu lesast á www.nordlysid.fo

So er tað staðfest

Page 7: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 7

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, men so fór Kyndil frá og vann at enda ein tryggan sigur.

JÁKUP ÓSÁ

Stjørnan spældi móti Kyn-dil týskvøldið, har vinna-rin fór víðari í hálvfinalu-na. Stjørnan liggur aftast í landskappingini, meðan Kyndil er á odda, so tað var ikki ivamál um, hvør var favorittur til hendan dystin.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini, men Kyndil hevði munin, meðan Stjørnan misnýtti fleiri upplagdar møguleikar. Hálvleiks-støðan var 11-8 til Kyndil. Í seinna hálvleiki steð-gaði upp hjá Stjørnuni

kanska fyrst og fremst tí, at toppskjúttin hetta kap-

pingarárið, Mina Sirdal, fekk sín triðju útvísing og

harvið reytt kort. Kyndil vann at enda 27-16. Sostatt

er bara landskappingin eftir hjá Stjørnuni, har liðið er í

gongd við at byggja upp av nýggjum.

Á aðalfundi-num hjá KÍ mánakvøldið bleiv samtykt, at geva Stjør-nuni loyvi at gera sítt egna sjálvstøðu-ga felag.

JÁKUP ÓSÁ

Kjakið hevur verið um tað í fleiri ár, at koyra Stjørnuna úr KÍ, so at tað verður rikið

sum sjálvstøðugt felag eins og onnur hondbóltsfeløg. Tá so KÍ høllin nú hoyrir til Klaksvíkar Kommunu, so tykist ikki vera nøkur ors-øk eftir fyri at hava fótbólt og hondbólt saman í Klaks-víkar Ítróttarfelag.

Nú verður Stjørnan eitt felag

Á aðalfundinum mánakvøldið legði Kristof-fur Ragnarsson, ábyrgdar-persónur fyri hondbólt í starvsnevndini hjá KÍ, up-pskot fram um, at hann og onnur hjálparfólk í Stjørnu-ni fingu heimild til at taka Stjørnuna úr KÍ við tei-mum treytum og krøvum, ið fylgja við hondbóltinum. Fundurin gav loyvið til, at hesar ætlanirnar kundu fara í gongd. Sum skilst á

Kristoffur, so er ætlanin at fáa nýggja felagið upp at standa innan stutta tíð. Ítróttaliga fær hetta ongar avleiðingar fyri nakran, so í høvuðsheitum fer tað ikki at merkjast fyri hvørki fót-bóltin ella hondbóltin, at KÍ og Stjørnan nú eftir øllum at døma fara hvør til sítt. Tí fótbólturin og hondbólturin hava koyrt rættuliga atskild seinastu árini. Stjørnan metir seg hava lættari við at fáa fólk uppí nevndarar-beiði og at fáa inntøkur, við at hava sjálvstøðugt felag.

STJØ RNAN ÚTI AV STEYPAK APPINGINI

STJ Ø RNAN FER BURTURÚR KÍ

Page 8: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 20148

Norðhavnin hevur staðið sína roynd, sum ein sera góð havn og hevur lagt lunnar undir framtíðarút-bygging innan fiskivinnu og ferðavinnu. Hetta er be-sta og tryggasta havn í Før-oyum hvønn dag í árinum í øllum veðri.

Nú er tíðin komin til at fara eitt stig víðari og gera okkum til reiðar til eina vónandi komandi oljuvin-nu. Vit skulu satsa stórt uppá hetta økið og nýta ok-kara møguleikar fult út.

Turrdokk Vit hava eitt stórt uppland í grótbrotinum norðuri á Strond. Her kann gerast ein stór turrdokk, sum rú-mar heimsins størstu ski-pum. Hon kann verða út ímóti 350 m long og kann gerast nóg breið til størstu skip. Hendan turrdokkin kundi verið gjørd í stigum.

Grótið frá turrdokkini kundi verið brúkt til at fylt

út í Haraldsundi og byr-gingin kundi verið hækkað. Her kundu vit fingið eitt stórt økið til smiðjur og annað.

Her kunnu boriplatfor-mar leggja til og fólk frá landi kunnu fara umborð at arbeiða.

Tá tunlarnir norður um fjall verða gjørdir kemur nógv grót út og kann hetta eisini nýtast til ífyllu.

Bryggjukanturin á Norðhavnini kann eisini leingast fleiri hundrað me-trar norðeftir. Tá kunnu fle-iri risastór ferðamannaskip liggja við bryggju samstun-dis.

Frystitunlar kunnu eisini spreingjast inn í fjallið um tørvur verður á tí. Grótið frá hesum kundi verið nýtt til ífyllu.

Nógv av hesum, sum eg havi nevnt omanfyri hevur verið frammi áður. Harí-millum slóðbrótarar á tí vinnuliga økinum, sum

longu fyri 40 – 50 árum síðani sóu møguleikar í ol-juni. Tað er sum so tí onki nýtt í hesum. Haldi tíðin nú er komin at endurskoða nógvar av hesum ætlanum og passað tær til tíðina vit liva í nú.

Elsebeth Mercedis GunnleygsdótturÚtfylling

TurrdokkFrystitunlar

Boriplatformar

Norðhavnin

VISIÓN NORÐOYGGJARVið Norðhavnini hava Norðoyggjar bestu havnaviðurskiftir í landinum.

Page 9: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 9

Seinasta sunnu-dag spældi KÍ sín fyrsta venjingar-dyst í ár.Jákup Ósá

Dysturin var merktur av, at talan var um fyrsta ven-jingardyst hjá báðum liðu-num og at nógvur vindur var. Í seinna hálvleiki, tá KÍ hevði undanvind, komu bæði málini. Fyrst ble-iv Hjalgrím Elttør feldur. Hann skeyt og málverjin bjargaði. Men uppá ’’retu-rin’’ skoraði sami Hjalgrím. Seinni í seinna hálvleiki bleiv Páll A. Klettskarð púra leysur og skeyt, mál-verjin bjargaði og uppá ’’returin’’ skoraði Hjalgrím Elttør. Fáir mál møguleikar vóru í dystinum. Keldur hjá Norðlýsinum, ið vóru til dystin siga, at teir báðir nýggju KÍ leikararnir Jonas Flindt Rasmussen og Nden-de Adama Gueye stóðu seg væl í fyrstu royndini fyri KÍ.

B36 uppstillingin: Trygvi Askham - Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie,

Hørður Askham, Karl Mar-tin E. Danielsen - Róaldur Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Rasmus Dan Sø-rensen, Lukasz Cieslewicz, Sandri Færø - Adishina La-wal.

KÍ uppstillingin: Mein-hardt Joensen – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Ras-mussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Hjalgrím Elttør – Jóhan Jacobsen, Heðin Klakstein, Páll A. Klettskarð

Í seinna hálvleiki komu Fríði Sigurðsson, Rudolf Eliasen, Ivan Joensen, An-drias Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð á vøllin.

Venjarakapping um vikuskiftiðUm vikuskiftið verður ár-liga venjarakappingin, sum venjarafelagið í Føroyum skipar fyri, í Gundadali, har øll 10 liðini í Effode-ildini luttaka. KÍ er í bólki saman við HB, ÍF, Skála og AB. Fyrsti dystur verður kl. 13.00 móti HB, meðan tann seinasti hjá KÍ verður kl. 17.00 móti ÍF. Í fjør vann KÍ ongan dyst í venjarakap-pingini.

Á aðalfundi-num mánakv-øldið var nýggj starvsnevnd vald hjá KÍ.Jákup Ósá

Á aðalfundinum var fitt av fólki møtt upp. Størstu broytingarnar á fundinum vóru bygnaðarbroytingar-nar, har tann sokallaða Effonevndin, sum tekur sær av viðurskiftum kring besta mansliðið, bleiv avti-kin sum sjálvstøðug nevnd. Ístaðin er ein slík nevnd nú mannað av formanni-

num, næstformanninum og nevndarliminum fyri fíg-gjarmálum. Flestu fólkini

í nevndini sótu eisini seina-sta ár.

Í starvsnevndina vóru hesi vald:Tummas Lervig, formaðurEyðun Thorgeirsson, næst-formaðurKarsten Hansen, nevndarli-mur við fyri fíggjarmálPetur Martin Hansen, nevn-darlimur fyri ungdómsfót-bóltKristoffur Ragnarsson, nevndarlimur fyri hondbólt Jórun Jacobsen, nevndarli-mur fyri hølir

K Í VA NN F Y RSTA V ENJING A RDYSTIN

Kunning um broytingí reglugerð fyri grundstykkjalista Klaksvíkar Kommunu

N. Pálsgøta 32 • FO-700 Klaksvík • Tel. +298 410000Fax +298 410001 • www.klaksvik.fo

Klaksvíkar Býráð samtykti 24. apríl 2013, at umsøkjarar, ið ynskja at verða skrásettir á grundstykkjalista kommununnar, skulu rinda eitt gjald (depositum) á 2.500 kr. Skriv er farið út til allar umsøkjarar á listanum, har kunnað varð um broytingina og at goldið skuldi verða innan 20. des. 2013. Harumframt er áminningarskriv fari út til allar umsøkjarar á listanum, har kunna var um, at tey, sum ikki hava goldið, verða strikaði av listanum. Um viðmerkingar eru til omanfyristandandi, kunnu tygum venda tygum til Klaksvíkar Kommunu innan 3. feb. 2014.

KÍ FINGIÐ NÝGGJA STARVSNE V ND

Page 10: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 201410

Tað sigur Mikkjal Mikkel-sen í Árnafirði, tá vit spyrja um støðuna, nú at kalla øll bygdin nærum sær bumburakt út.

Sunnukvøldið, eg haldi at tað mundi vera um níg-gjutíðuna, tá var av allar ringasta veðri. Eg minnist ikki verri veður enn kanska mitt í 80-unum.

Har liggja nakrir bátar í bátahylinum, og fyri at verja fyri brimi, er ein flóti-brúgv løgd út, men náttina til mánadagin gjørdi hen-dan meira skaða enn gagn, tí hon sleit og breyt nógv timbur av keiini fyri sær.

Bátarnir í bátahylinum høvdu tað ringt, teir slitu endarnar fleiri ferðir, og tí máttu vit halda vakt alla náttina og royna at bjar-

ga bátunum. Vit royndu okkum millum annað við gummiringum á endunum, fyri at tað ikki skuldi stan-da so tátt á tá óløgini komu.

Tað gekk so nøkulunda at halda bátunum skaða-leysum. Tó pullarturin var riptur úr onkrum báti og helst hevur onkur fingið skoynir. Men ongin fór fyri einki, takka verið monno-

num sum hildu vakt hesa náttina.

Onki er at taka seg aftur í, at var fólk ikki til staðar, so fóru allir bátarnir fyri onki.

Bátahylurin óbrúkiligurMikkjal Mikkelsen sigur víðari, at í veruleikanum er onki munagott gjørt við sjálvan hylin síðani Kri-

stoffur Dragaberg á sinni gavst her. Okkurt hissini timburarbeiði hevur verið gjørt , men nakað munagott fyri at gera hylin kyrran hevur ikki verið gjørt síða-ni tá fyri umleið 35 árum síðani.

Tá uppgangur er, kemur havaldan inn í hylin, og hylurin vil bara tømast fyri sjógv og so kemur ein so

ógvusligur súður inn aftur.Uppgangurin var so nóg-

vur, at tari og sjógvur kom inn í onkrar hjallarar niðan-fyri vegin og harafturat fóru allar neystahurðarnar hesumegin, (eystarumegin), hvussu er undir kirkjuni við neystunum veit eg ikki tí eg havi ikki verið undir neystunum har.

Men nýggja træbrúg-

vin um ánna, hon helt, tó nógvur tari legðist á hana í nógva uppganginum. Tá brimið var uppá tað harða-sta, tá breyt niðan undir brúnna har vegurin gongur tvørtur um.

Fyri at koma aftur til bátahylin, so sigur Mik-kjal Mikkelsen, at tað snøgt sagt ikki ber til at vera tryggur við at hava bátar í hylinum um veturin. Vit le-ingjast eftir, at meira grót-kast verður koyrt út her, soleiðis at vit tryggir kunna brúka hylin alt árið. Sum er er bátahylurin snøgt sagt púrasta óbrúkiligur og tað hevur hann verið frá byr-jan. Hann hevur nú staði í hálvakorti í umleið 35 ár.

Her er aling á fjørðinum, menn vinna sær inntøku á hummaraveiðu her, og úr Árnafirði eru góðir møgu-leikar at troyta fiskimiðini bæði norðanfyri og sun-nanfyri. Tað er ikki í lagi, at vit ikki kunna veita hesum monnum tryggar umstøður at arbeiða undir, sigur Mik-kjal Mikkelsen at enda.

AV ÓT TA F YRI BÁTUNUM GINGU VIT UPPI ALL A MÁNANÁT TINA

Page 11: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 11

Page 12: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 201412

Klaksvíkar Samkomuhús, eisini nevnt Dansistovan bleiv bygt í 1897. Húsið vir-kaði í nógv ár sum menta-narhús í Klaksvík. Har var dansur, sjónleikur, veitslur, brúdleyp, møtir, politiskir fundir og mangt annað. Av-haldsfelagið Waag Bygds Totalafholdsforening hevði í fleiri ár fast tilhald í ei-nari stovu ella høli í sam-komuhúsinum. Tað hølið bleiv í dagligari talu nevnt Totalstovan. Í 1971 var her-verk framt á húsið, so mi-kið umfatandi, at tað bleiv niðurtikið. Fyrst í januar 2014 fekk Norðoya Forn-minnasavn eina fundarbók hjá felagnum frá Jonhard Larsen yngra. Fundarbókin er fyri árini 1919 – 1971 og lýsir hon ein part av lívinum í Klaksvík hesa tíðina. Men tað er so ein undan henni, hon er kanska burturblivin, ella liggur inni hjá onkrum. Tað hevði verið áhugavert um hon kom undan kavi. Vita fara í Norðlýsum at hava brot úr fundarbókini.

9. februar 1919.Hin nývalda nevndin ke-mur saman til fundar. Til formann og skattmeistara varð valdur Einar Waag, til næstformann Alex Pe-tersen, til duravørð bleiv viðtikið at fáa ein uttanfyri nevndina, og til at hyggja eftir húsinum um okkurt skuldi gerast ella umvælast, varð nevndarlimurin Nordahl Jacobsen valdur.

2. mars. 1919Nevndin viðtekur at børni-

ni skula læra at dansa 5 kv-øld um árið, nevndin skuldi áseta dansitíðina, og hevur hon valt hesi kvøldini:

1. Trettandakvøld 6. jan.2. Føstulávints týskvøld 4. mars.3. Grundlógardagin 5. juni.4. 1. sunnudag í aug. (3)5. 3. jólakvøld 27. des.

12. oktober 1919Nevndin er samd um at ar-beiða við eini ársveitslu, og at okkurt drekkandi (sprutt) skal vera á veitsluni. Av-gerðin um hvønn dag veit-slan skal vera, og hvat tað skuldi kosta, varð útsett til ein annan fund.

9. november 1919Nevndarfundur, og til staðar er eisini missioner-urin Alfred Petersen. Hann søkir um at leiga húsið til at halda møtir í. Viðtikið bleiv at lata Alfred húsini til møti fyri børn kl. 15.00 og fyri vaksin kl. 17.30, tá einki annað var til hindurs, og kl. 17.00 tá aðrir fundir ella okkurt annað skuldi verða aftaná.

25. januar 1920Fundurin viðtók at ársve-itsla skuldi haldast 30. ja-nuar, t.v.s. komandi fríggja-dag, og at prísurin skuldi verða 4. kr. fyri kvinnur, og 7. kr. fyri menn.

8. februar 1920.Viðvíkjandi lán av húsi-num til missionerin, Alfred Petersen, so verður tað latið upp til nevndina at avgera

hvussu og hvat. Eitt uppskot er komið

til nevndina um at húsið keypir allar lutir frá tei-mum lutaeigarum, ið vilja selja, 25 kr. fyri hvønn lut, og tey ið ætla at selja skula boðað nevndini frá innan

15 mars 1920. Tey tilboð ið tá eru innkomin um at sel-ja verða bindandi, meðan tey sum tá standa eftir, ella ikki hava givið tilboð um at selja, hava hendan rættin til tey á einum aðalfundi velja at taka av tilboðnum ella ikki.

Hesin aðalfundir verður at halda fyrst í apríl mánaði komandi, og verður tilboðið tá viðtikið, fáa tey sum selt hava sín pening rindaðan 3 mánaðir eftir hetta, altso í juli.

Annars var nevndarval, og í nevndina komu S.F.

Hansen, M. Winther, Chri-stoffer Ziska, Joen Rasmus-sen og Jens. P. Sólstein.

18. februar 1920.Fundur, til formann bleiv valdur J. Rasmussen. Hinir í nevndini eru S. F. Hansen,

Chr. F. Ziska og J. Heine-sen. Fleiri rútar eru brotnir og mugu skiftast, møguli-ga eisini vindeyguni. Viðv. Lán av húsinum til A. Pe-tersen, so kann hann lána tey sunnudag frá kl. 15.00 –

18.00, tá nevndin ikki skal nýta tey til nakað annað. Húsið verður eisini nýtt til Blákross møtir. Fyri lán av húsinum til møtir skal rindast tær útreiðslur húsi hevur, t.d. ljós og reingerð. Kostnað ásetur nevndin.

28. mars 1920Viðtikið var at Alfred Pe-tersen slapp at lána húsið til møtir sunnudag frá 15.00 – 19.00. Fyri lán av húsi-num skal hann gjalda 1.50 kr. teir dagar, hann heldur møti.

Fyri leigu av húsinum til dans er hesin prísurin áset-tur..

Báðar stovurnar frá 20.00 – 24.00 skal gjaldast 40.00 kr.

Aðra stovuna 20.00 – 24.00 skal gjaldast 25.00 kr.

Báðar stovurnar frá 24.00 – 02.00 skal gjaldast 20.00 kr.

Aðra stovuna frá 24.00 – 02.00 skal gjaldast 12.50 kr.

Fyri føroyskan dans skal gjaldast 25 oyru um kvøldi.

Av tí at eingin innhurð kann steingjast, bleiv viðti-kið at J. Heinesen skuldi fáa Samson Joensen smið at seta lás í allar innhurðar-nar.

11. apríl 1920.Uppskot um sølu av húsi-num, men uppskotið fall burtur, tí so fáir eigarar vóru møttir. 24 lutaseðlar í dansistovuni vóru bjóðaðir til sølu, og samtykt varð at keypa teir. Sverri Paturs-son hevur leigað húsið til biograf í 8 fylgjandi kv-øld. Húsið er eisini leigað út til at halda skúla í. Hú-sið verður ikki leigað út til dans ella annað fyrrenn nýggj nevnd er vald.

24. oktober 1920.Nevndin viðtók at taka re-stina av tí gamla gólvinum upp, og leggja nýtt ístaðin. Eisini skuldi valast um komfýrin og køkin. Tosað bleiv um at halda ársveitslu, og bleiv veitslan sett til at verða fríggjadagin 27. no-vember, og prísurin skuldi ásetast til 5. kr. fyri kvin-nur, og 8. kr. fyri menn.

Fundarbókin hjá Klaksvíkar Samkomuhúsi. Síða 1.

KL AKSVÍK AR SAMKOMUHÚS 1897 – 197 1

Andras Sólstein, Norðoya Fornminnasavn.

“Jonhard Larsen (yngri) handar Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðara áNorðoya Fornminnasavni, fundarbókina.

Page 13: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 201414

PÓL Á KLETTI

»Eitt ódnartak«, siga vit stundum, tá farið er undir eitthvørt arbeiði, ið krevur orku, nærlagni og umhugs-ni. Hóast tjóðskaparrørslan fekk ástoytir at kenna av ósemju um eitt nú rættskri-ving og av tí, at summi oddafólk vóru hóvlig og tolin og onnur víðgongd og bráð og at enda klovnaði av partapolitikki, so blásti jól-afundurin í 1888 eina ódn yvir okkum, ið kom eins óvæntað, og skaðaódnin hundrað ár seinni. Henda seinna hæsaði av, hin fyrra varð áhaldandi.

Úr jólafundinum brutu dyningar við mennandi innsigi í so mong lið í lan-di okkara, bæði andliga og verkliga. Hesir dyningar eru síðan ikki avhæsaðir, eru stundum makir, stun-dum stríðir. Málstríð var tá – hvørt vit skuldu halla til Jákup doktara ella Ham-mershaimb, hesin sein-ni vann – og nú er aftur ósemja um stavraðið, hvørt vit skulu varðveita tað hjá Hammershaimb ella halla okkum at altjóða stavraði við c, q, w, z og x.

Altjóðanin tykist at fáa størri og størri vald á ok-kum í hesi verðsliga dæm-du tíð í dansinum um gul-lkálvin. Peningagramni fær okkum at blaka allan sam-

leika og øll tjóðareyðkenni fyri borð. Alt skal vera so høgligt í okkara samskifti við umheimin. So vertin á um »lúsin útlendsk er, hon ongan skriða ger«.

Síðsta heyst fór Dim-malætting í søguna eftir áhaldandi útgávu í 135 ár. Millum tað nógva tilfarið, blaðið hetta drúgva tíðar-skeið hevur borið lesarum sínum, man henda lýsingin 22. desember 1888 vera tað, ið mest hevur rinið við fól-kið her á landi, annaðhvørt talan er um viðhald ella mótstøðu:

Ein og hvørbjóðast at at koma í ting-húsið annan jóladag kl. 3 e.m., har sum vit atla at samráðast um at verja Förja mál og Förja siðir.

Undirskrivararnir vóru níggju í tali: E. D. Bæ-rentsen. H. N. Jacobsen. D. Isaksen. S. F. Samuelsen. R. C. Effersø. Jens Olsen. Just Jacobsen. C. L. Johanne-sen. J. Padurson.

E. D. Bærentsen er Enok-kur Bærentsen av Sundi, keypmaður í Havn, leingi løgtingsmaður, eitt skifti fólkatingsmaður og faðir Chr. Bærentsen, ið var amt-maður í Føroyum. H. N. Jacobsen er Hans Niklái Jacobsen, nevndur Bók-bindarin og bókahandla-ri í Havn. D. Isaksen er

Djóni í Geil, handverkari í Havn. S. F. Samuelsen er Sámal á Krákusteini, kvar-termeistari á Skansanum. R. C. Effersø er Rasmus Effersøe, blaðstjóri á Dim-malætting og landbúnaðar-ráðgevari. Jens Olsen yviri í Trøð í Havn er múgvandi keypmaður og konsul. Just Jacobsen er Júst bóndi á Húsum í Havn. C. L. Jo-hannesen er Kristian Lud-vík Johannesen, lærari í Almúguskúlanum í Havn,

ættaður av Toftum. J. Pa-durson er Jóannes bóndi í Kirkjubø.

Eftir napoleonsbarda-garnar 1804-1815 tekur tjóðskaparrørslan seg upp í flestu londum í Europa. Í

Danmark er hon í hæddini um miðju 19. øld, og her komu føroyingar í samband við hana. Men í Føroyum er lítil og eingin ansur fyri he-sum. Móðurmálið var lítið virt, og danskt tóktiskt at vinda upp á seg.

Tað, sum eggjaði til jóla-fundin í Tinghúsinum, vóru nakrar greinir, sum Jóannes Patursson frammanundan hevði skrivað í Dimmalæt-ting, og nú taldist hann teir-ra millum, ið høvdu kallað

saman til henda fund. He-sir menn høvdu gjørt sær greitt, at gamla føroyska miðaldarsamfelagið var komið á gravarbakkan, og nýtt samfelag, sum var opið úteftir, skuldi byggjast upp.

Nú ráddi um at bjarga teir-ri mentan, sum føroyingar høvdu arvað frá fedrunum, inn í hetta nýggja samfela-gið. Alt var fyri hóttan av tí nýggja, sum skolaði inn yvir landið.

Tá 75 ár vóru liðin síðan jólafundin flutti Jóhannes av Skarði, háskúlakennari, fram røðu í Útvarpi Føroya 2. jóladag 1963. Røðan varð seinni prentað í Varðanum, 36. bindi, »Jólafundurin 1888«. Við sama heiti gav Føroya Skúlabókagrun-nur hana út sum serprent í 1980. Her gevur Jóhs. av Skarði okkum m.a. hesa mynd av jólafundinum í Tinghúsinum, sum lýstur var í Dimmalætting nakrar dagar frammanundan:

»Fólkið kemur saman annan jóladag; ein myr-kur seinnapartur, illfý-sið veður, regn og vindur, ónossligt geingi, nógv fólk, tingstovan full, sessirnir vóru borð, løgd á kassar ella okkurt sovorðið.«

Enok Bærentsen, sum var oddamaður fyri tiltakinum, hevði inngangsrøðuna, og hann »talaði óalmindiliga livandi,« sigur ein heimil-darkona Jóhannesar. An-nars mintist hon ikki røðu-na, uttan at ímóti endanum segði hann nakað so, at her var ein ungur maður, ið fastliga vildi styðja hetta mál, men hann var ungur

og smæðin, so at hann helt seg ikki til at tala, men hann hevði yrkt ein sang, sum skuldi siga tað, sum hann ætlaði at siga.

Hesin smædni ungi maður var Jóannes Paturs-son í Kirkjubø, 22 ára ga-mal, og sangurin var »Nú er tann stundin komin til handa«. Og nú las Rasmus Effersøe sangin upp.

»Merkilig hevur henda løtan verið, tá ið Rasmus Effersøe, hesin barnsli-ga káti og livandi andi las ‘Nú er tann stundin komin til handa’. Tað er so stilt, meðan lisið verður, og fólk sita hugtikin og lýða á. Men tá ið Rasmus kemur hagar í sanginum: ‘útnyrðingur skal tað av landinum føra – sum sápubløðru!’ tá leyp ein maður upp av sessinum og á dyr, ella leyp hann bert upp og ikki á dyr, sigur hon, ið greiddi mær frá, hon mintist ikki,« sigur Jóhs. av Skarði í røðu sínari.

Maðurin var Chr. A. Hansen, prestur í Havn. Men yrkingin varð lisin at enda, og fólk vóru hugtikin.

Hetta var fyrsta fostur-landsyrking, yrkt heima í Føroyum, og hon gjørdist fyrimynd fyri nógv, ið varð yrkt, skrivað og sagt ko-mandi árini.

At enda var á fundinum samtykt at kalla saman aft-ur til fundar í Avhaldshúsi-

EIN ÁHALDANDI JÓL AÓDNEitt 125 ára minni um Jólafundin og Føroyingafelag

Tinghúsið hýsti jólafundinum 1888. Tey, sum vóru við á hesum fundi, gloymdu hann ongantíð. Tað, ið serliga hugtók fólk, var tá Rasmus Effersøe las upp yrkingina »Nú er tann stundin komin til handa«, tí yrkjarin var so smæðin, at hann helt seg ikki til at lesa

hana sjálvur. Hesin smædni yrkjarin var tann 22 ára gamli Jóannes Patursson, ið vit kenna seinni sum ein alt annað enn smædnan mann

Fundarlýsingin í Dimmalætting 22. desember 1888. En-damálið við fundinum í Tinghúsinum 2. jóladag: »at verja Førja mál og Førja siðir«, var tekin um, at okkurt nýtt var um at henda í føroyskum samfelagslívi – ein nýggj ásan-nan um at vera ein tjóð við virðum, sum vóru verd at verja og menna og ein avbjóðing til ta støðu, føroyingar høvdu havt í ríkinum alla øldina

Page 15: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 15

num í Havn 6. januar 1889. Hetta var – eftir frásøgn Dimmalættingar – gjørt fyri at fáa fleiri fólk – helst av bygd, og sum ikki slup-pu á jólafundin fyri veður – skuldu kunna vera við til at reisa tað felag, sum 27. januar hetta árið á stovnan-di fundi kom at bera navnið Føringafelag.

125 ár eru liðin síðan jólafundin og síðan Før-oyingafelag varð stovnað í kjalarvørrinum av fun-dinum. Í hesum sambandi skulu vit siga nøkur orð um hesi tiltøk, ið vóru stovnar undir tjóðskaparrørsluni í Føroyum.

Degningsvindar úr landsuðuriMen undanstigið í allari tjóðskaparstremban føroy-inga finna vit í landsuðuri, millum føroyskar studentar í Keypmannahavn.

Føroya próstur Vencelaus Ulricus Hammershaimb (1819-1909) var maðurin, sum av álvara legði lun-nar undir føroyskt skrift-mál. Hann fylgdi ikki ljóðeindarrættskrivingini hjá Jens Christiani Svabo (1746-1824) í hansara kvæðauppskriftum og ‘før-oysku orðabók’, men legði rættskrivingina nærri at tí forna norrøna málinum. Og við ymsum broytingum er tað henda rættskriving, vit framvegis nýta.

Hammershaimb var maðurin, sum ættarliðið eftir hann – tjóðskaparæt-tarliðið – savnaðist um. Hann var eisini tann, sum

hevði sett tjóðskaparligt lív í teir føroyingar, sum í 1876 komu saman til føst-ugangsveitslu á Garði í Keypmannahavn. Hann var seinni prestur í Lyderslev á Suðursælandi.

Høvuðsmaðurin á tei-mum samkomum, sum eftir hetta gjørdust fastur táttur í føroyingalívinum í Keyp-mannahavn, hevði sum smádrongur verið dagligur gestur hjá Hammershaimb í prestagarðinum á Nesi. Fríðrikur Petersen var – ef-tir ráðum Hammershaimbs – farin til Íslands at ganga í latínskúla. Eindømi tá á døgum, tí leiðin lá tá, sum seinni, í landsuður (til Dan-markar) hjá teimum, ið vil-du vinna sær útbúgving.

Sjónligt er, at tann poli-tiskt livandi tíðin, Fríðrikur Petersen (1853-1917) hevði verið í Íslandi, hevði ávir-kað hann og fingið hann at hugsa um, hvør og hvat hann – tjóðskaparliga – var. Hann skrivar til Djóna í Geil, at hann er hvørki dani ella nakað annað – hann er bert føroyingur. Og kortini kemur til sjóndar tað íhald, sum altíð var politiska eyðkenni hansara. Hann lítur ikki á, at íslendska sjálvstýrisstrembanin ber á mál. Men hann skilir korti-ni stavnhald íslendinga.

Kortini hevði ávirka-nin úr Íslandi ikki verið minni enn so, at Fríðrikur Petersen verður sálin í tí føroyska studentalívinum í Keypmannahavn. Fostur-landssangir hansara gjør-dust tann skaldsliga megi,

sum bar hesum lívi uppi. Gremjingin um ta viðferð, »teir stóru og klóku« høv-du givið móðurmálinum, tá teir »róku tað av kirkju út og aftur burt av tingi«, endar tó í ásanning um, at »enn gleðir tað hvønn tann mann, ið føroyingur vil vera«.

Á føstugangsveitsluni 1881 varð skotið upp at stovna eitt føroyskt felag í Keypmannahavn, og um heystið sama ár varð fela-gið stovnað við navninum »Føringafelag«. Hetta felagslív var nú meira enn veitslurómur við lovsangi til móðurmálið og langta-nin eftir móðurlandinum. Nú livnaði eitt tjóðska-parligt virksemi fyri tí, ið føroyskt var – og tann nýggja kenslan bant saman á ein heilt annan hátt enn fyrr. Á fundunum vóru á skránni evni, ið høvdu við Føroyar at gera. Og tað var eyðkent, at á fyrsta fundi talaði Hammershaimb um fosturlandskærleika. Fela-gið savnaði bókmentir um Føroyar, eitt føroyskt ítrót-tarfelag varð stovnað og átti ein føroyskan bát. Og – kanska tað eyðkendasta av øllum – felagið fekk lagt av ein serligan føroyskan grav-stað í Vestre Kirkegaard til føroyingar, sum doyðu í Danmark, »at gøre det mu-ligt for Færinger, der dør her, at komme til at hvile i Nærheden af hverandre«. Jú, tað nýggja samanhaldið røkk inn í deyðan.

Hetta var eitt púra nýtt umhvørvi, og burtur úr

keldunum, ið til eru frá he-sum tíðarskeiði ber til at lesa, hvussu tann nýggja kenslan av einum tjóðs-kaparligum grundarlagi sprettur (sí m.a.: Bræva-skifti millum E. D. Bæ-rentsen og Chr. Bærentsen. Inng.: Ole Jacobsen. Fra Færøerne / Úr Føroyum IV. Dansk-Færøsk Samfund, Kphvn. 1968. Hans J. De-bes: Tjóðskaparrørslan. Nú er tann stundin... Føroya Skúlabókagr., Tórsh. 1982).

Ikki minst hjá havnar-dronginum Christiani Bæ-rentsen, ið sum nevnt var sonur E. D. Bærentsen, høvuðsforsprákara á jóla-fundinum. Sum næmingur á studentaskúlanum Her-lufsholm hevði hann á bókasavninum funnið Hammershaimbs »Færøsk Sproglære«, og tað er heilt greitt, at henda uppliving kveikti nógv nýtt í hesum evnagóða seytjan ára gamla drongi, ið tók øll síni prógv við úrmæli.

Í 1879 skrivar Chr. Bæ-rentsen í brævi til faðir sín í Havn: »... det interesserer mig meget ... Mon det ikke skulle være muligt, at det færøske Sprog igen kun-ne blive Skriftsprog? Det forekommer mig at være en temmelig enestaaende Ting, at et Folk ... bruger et Sprog i Tale og et andet saa fjernt Sprog, som det Dan-ske dog virkelig er, i Skrift og i Kirke og for Retten. Jeg kunne have lyst til at lære at skrive det Færøske; jeg har flere Gange prøvet derpaa, det er i Virkeligheden ikke

vanskeligt.« Hin gamli Bærentsen er

meira varin. Hann stúrir fyri, at kemur føroyskt mei-ra fram, má danskt víkja, og úrslitið verður menta-narlig avbyrging. Men tað heldur sonurin ikki. Sigur, at »et denationaliseret Folk ... bliver en aandelig Stak-kel ...; det bliver jo paa en Maade et Legeme uden Hjerteblod og uden Sjæl.« Hann skrivar eisini, at í teirri mentanarligu upploy-singartíð, sum er, er einasti

útvegur at fóta sær tjóðska-parliga at leggja størri dent á tað tjóðskaparliga, og at tað er í skúlunum leggjast skal fyri við føroyskum sum undirvísingarmáli.

Hesir frísku degnings-vindar í landsuðuri bóru nú brátt við Føroyar.

Føringafelag og FøringatíðindiTeir níggju áðurnevndu menn, ið tóku stig til jóla-fundin í Tinghúsinum 1888, vóru ólíkir á so mangan

Eitt úrslit av tjóðskaparrørsluni var fólkafundirnir, tann fyrsti á Traðahamri á Sandi 2. hvítusunnudag 1894. Umframt røður varð felagssangurin eitt eyðkenni fyri hesar fundir. Skald

okkara yrktu sangir til hesar fundir, fyrst til kend norðurlendsk løg, seinni skrivaðu okka-ra egnu tónaskald løg til hesar sangir. Og teir ljóða framvegis á veitslum og samkomum

Føringafelag fór í januar 1890 at geva út blaðið Fø-ringatíðindi við Rasmusi Effersøe sum blaðstjóra. Fø-ringatíðindi var fyrsta blað í Føroyum, sum burturav var skrivað á móðurmálinum og var málgagn hjá tjóðs-kaparrørsluni. Umframt kjak vóru her tíðindi innan- og uttanlands, og her vórðu fleiri seinni kendar yrkingar prentaðar

Page 16: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 201416

hátt. Onkur var bóndi, an-nar keypmaður og uppaftur onkur lærari, summir vóru blaðungir, aðrir komnir væl upp í árini.

Teir báðir elstu innbjóða-rarnir (E. D. Bærentsen og H. N. Jacobsen) áttu vaks-nar synir, sum lósu á lærda háskúlanum í Keypmanna-havn og luttóku í tjóðska-parlívinum har (Chr. Bæ-rentsen er nevndur, hin var Jákup Jakobsen).

Ólíkir, so var felags áhugin føroyskt mál og føroyskur siðaarvur, ið teir vildu varðveita.

Jólafundurin gjørdi eina samtykt í seks greinum:

1. Í kristindómsundirví-singini skuldi øll donsk uttanatslæra avtakast og tað lisna endurgevast á før-oyskum.

2. So skjótt tær neyðugu skúlabøkurnar vóru til taks, skuldi føroyskt gerast serst-øk lærugrein.

4. Prestarnir skuldu fáa rætt at nýta føroyskt mál bæði innan og uttan kirkju-gátt.

5. Føroyskt skuldi fáa fulla viðurkenning sum talumál millum fólkið og myndugleikarnar.

6. Virkast skuldi fyri at stovnseta føroyskan fól-kaháskúla.

Sum nevnt varð eisini sam-tykt at kalla saman aftur til fundar seinni at stovma felag. Og varð Føringafelag stovnað við hesum høvuð-

sendamálum: At fáa Føroya mál til æru og at fáa før-oyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálv-bjargnir.

Virki felagsins var fjøltáttað. Skipað varð fyri fundum við kjaki, røðum og upplestri, sjónleikir vórðu framførdir og ve-itslur hildnar. Og í 1890 fór felagið undir blaðútgávu, Føringatíðindi, sum kom út á fyrsta sinni í januar hetta árið, og sum var fyrsta blað í Føroyum burturav skrivað á móðurmálinum.

Orðaskiftið her stóð mest sum at fáa føroyskt mál inn í skúlan og kirkjuna; sum-mir vóru bráðir og vildu hava úrslit beinanvegin, meðan aðrir vóru meira hóvligir. Aðrir spurningar vóru rúsdrekkamálið og ikki at gloyma rættskri-vingin, ið mundi vera viðkvæmasta striðsmál, Fø-ringafelag hevði við at gera.

Føringatíðindi var mál-gagnið, har teir ymsu par-tarnir førdu fram sjónar-mið síni. Her vóru umframt upplýsandi greinir (ser-stakliga viðvíkjandi land-búnaðinum) lesarabrøv, tíðindi bæði uttanlands og innanoyggja og eitt sløð av lýsingum.

Blaðstjórin Rasmus Ef-fersøe skrivaði nógv sjálvur umframt at skriva sjónle-ikir og yrkingar. Her sóu mangir av okkara frægastu fosturlandssangum dagsins ljós, t.d. »Móðurland vil eg

teg kalla« eftir Jóannes Pa-tursson (1894). Eisini sál-mar, t.d. »Tíðin rennur sum streymur í á« eftir Fríðrik Petersen (1892). Og her varð vísan um »Vaagen« ef-tir J. P. Gregoriussen pren-tað á fyrsta sinni (1894).

Umframt altíð at rúma einum livandi orðaskifti, lá Føringatíðindi at kalla alla livitíð sína í kjaki við hini bløðini, ið komu út. Fyrstu tíðina eina mest við Dim-malætting, seinnu tíðina við Fuglaframa og seinni við Tingakross, sum vóru málgøgn hjá teim mest víðgongdu tjóðskaparmon-nunum, ið eftir rættskri-vingarstríðið vendu Fø-ringatíðindum bakið. Talan var um rættskrivingina hjá Hammershaimb, lagað eftir norrøna fornmálinum, og ta hjá Jákupi Jakobsen dokta-ra, kallað »broyting«, lagað eftir ljóðvísari stavseting (dl í staðin fyri ll og einki seinna y). Føringatíðindi tók undir við broytingini hjá Jákupi Jakobsen.

Blaðið kom út regluliga fyrstu tólv árgangirnar við 12 nr. fýra tey fyrstu árini, 1890-1893, so fór blaðið at koma oftari út, 24 nr. árli-ga í tíðarskeiðinum 1894-1900, og síðsta regluliga árgangin – 1901 – komu 12.

Trettandi árgangur var ein endurstovningarroynd, men í hesi roynd komu bert tvey bløð, dagfest 31. jan. og 28 febr. 1906. Tilsamans komu sostatt 230 nr. av Fø-ringatíðindum.

Blaðstjórarnir hetta sekstan ára skeiðið vóru fýra í tali: Rasmus Effer-søe, Jóannes Patursson, Andrass Sámalsson og A. C. Evensen.

Menninir, ið longst stjór-naðu Føringatíðindum, Rasmus Effersøe og Jóan-nes Patursson, vóru od-damenn Føringafelags og harumframt fremstu tjóðs-kaparskald hetta tíðarske-iðið.

Virkið, borið av andaBygdi tú borg fyri hesa tjóð,og henda borg fer at standa.Valla verður av grundum tikiðvirkið borið av anda.— H. A. Djurhuus:»Símun av Skarði«, minnisyrking. Varðin XXII, 1942

Eitt av málunum, Føringa-felag longu á stovningar-fundinum setti sær fyri at fremja, var at stovna før-oyskan fólkaháskúla.

Háskúlarørslan var ky-knað í Danmark í 1840-áru-num og var í roynd ein up-preistur ímóti steindeyða latínskúlanum. Har lærdi skúlin setti turra uttanats-læru og uppramsan, setti háskúlan hitt livandi orðið, samrøðuna og orðaskiftið. Har ið lærdi skúlin setti latín og grikska og róm-verska søgu, setti háskúlin móðurmálið og fostur-landssøgu.

»Ikki var tað løgið, at frælslyntir føroyingar í sjúti- og áttatiárunum leitaðu sær av landi á háskúlar, og ikki var tað løgið, at her bar saman mil-lum háskúlafólk og føroy-ingafelagsfólk,« sigur Árni Dahl, lærari og høvundur, í táttinum »Háskúlamenni-nir« í Bókmentasøgu II.

Teir, sum í Føroyum komu at seta háskúlahugsjónina í verk vóru miðvingurin Rasmus Rasmussen (1871-1962) og Símun av Skarði (1872-1942).

Símun og Rasmus vóru árini 1896-98 næmingar á Askov háskúla. Símun hevði frammanundan lær-araprógv úr Havn, Rasmus hevði verið á háskúla í Val-lekilde og í handverkaralæ-ru í Hillerød.

Á sumri 1898 fóru teir á Danmarks Lærerhøjskole í Keypmannahavn at fáa sær hægri útbúgving. Símun hevði søgu sum høvuðs-grein, Rasmus legði seg ef-tir náttúrufrøði.

Í Keypmannahavn hittu teir ungar landsmenn, sum eins og teir vóru tjóðskapar-hugaðir; menn sum Jákup Jakobsen doktara og A. C. Evensen gudfrøðilesandi. Felagslívið blómaði og væl var heystað og skorið bók-mentum viðvíkjandi.

Fyri ólavsøku 1899 komu Rasmus og Símun heim til Føroya við »Smirli«, og beinanvegin fóru teir undir at fyrireika fyrsta háskúla-skeiðið, sum byrjaði fyrst í

november við sekstan næ-mingum í stovu hjá Jóan Petur Olsen á Stongunum í Klaksvík.

Í háskúlanum fekk móðurmálið innivist alt fyri eitt. Tað hevði tað hvørki í almúgu- og próvt-økuskúlanum, kirkju ella í rætti. Men tað var reist uppaftur og stimbrað og var vorðið skriftmál. Ham-mershaimb kundi tí fegin í árinum 1900 – 81 ára gamal – skriva: »Tann før-oyska tungan, sum áður var bundin, tá okkurt álvarsamt skuldi sigast, er nú loysnað og kann á móðurmálinum skriva um alt, hvat til hugs kemur og hjartað rørir.« – At hetta var satt, var fyrst og fremst hansara verki fyri at takka.

Í november sama árið, Hammershaimb letur hesi orðini falla, sum ikki minst háskúlin varð skorða un-dir, flytur skúlin úr Klaks-vík í Føgrulíð vestantil á Borðoynni, har hús vórðu reist. Á hesum náttúruvakra staði hildu teir so skúla til 1909, tá skúlahúsini vórðu tikin niður, flutt til Havnar og reist aftur á Frælsinum.

Tá Føroya Fólkaháskúli í 1939 hevði 40 ára stov-ningardag, skrivaði Ri-kard Long honum og fyri-sprákarum hansara heilsan í Varðanum, 20. bindi, har hann í hesum úrtaki tekur soleiðis til:

Fyri Føroyar og serliga fyri Havnina hevur skúlin havt týdning á so mangan

V. U. Hammershaimb (1819-1909). Í 1900 kundi hann 81 ára gamal staðfesta: »Tann føroyska tun-gan, sum áður var bundin, tá okkurt álvarsamt skul-di sigast, er nú loysnað og kann á móðurmálinum skriva um alt, hvat til hugs kemur og hjartað rørir.« – At hetta var satt, var fyrst og fremst hansara verki fyri at takka

Sjónleikur varð beinanvegin partur av virksemi Føringafelags. Her eru nøkur føringafelagsfólk farin á pall. Aftan vinstrumegin frá: Christian Ludvig Johannesen, Jóannes Patursson, Mina Mortensen, Siggert Patursson, Gulak Ja-cobsen, Jens Olsen og Jens Evensen. Framman vinstrumegin frá: Súsanna Helena Patursson, Søren Müller, Petra Olsen, Sigrid Niclasen og Amalie Joensen. Til fyrstu sjónleikarframførsluna hjá Føringafelag í 1889 skrivaði Súsanna Helena Patursson (nevnd Sannelena) skemtileikin »Veðurføst«, ið var væl fagnaður

Page 17: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 17

hátt, enn at teir næmingar, ið har komu, fóru heimaftur við góðum minnum um ríkt ungdómslív og við øktum kunnleika. Her varð avri-kað mangt menningarstarv umframt tað skúlaliga. Bæði Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen hava lagt úr hondum eitt dyg-dargott starv fyri føroyska andliga menning; ikki bert við teimum røðum, teir hava hildið á almennum fundum, men ikki minst við skrivliga virki teirra. Nógvar eru tær greinirnar, ið eru farnar út haðani un-dir teirr navni, søguligar og náttúrufrøðiligar eins og reint bókmentaligar. Her varð hin fyrsta føroyska plantulæran skrivað, her vórðu skrivaðar greinir, ið kasta ljós í tað tætta myr-krið, sum hylur Føroya søgu í fleiri hundrað ár. Her

kom fram fyri dagin Ungu Føroyar, hitt frálíka bar-na- og ungdómsblaðið, sum tíverri datt burtur, og sum einki barnablað her enn he-vur staðið mát við.

Stóran týdning hava teir almennu fundirnir á háskúlanum havt. Her vóru í fyrstuni javnan hildnar føroyskar gudstænastur, sum tá at kalla vóru úti-hýstar úr kirkjunum. Og her hava verið hildnir fundir á hvørjari ólavsøku í mong ár, sum fólk trúliga kom til úr langfara plássum, fólk, sum eina ferð hevur lært at meta um hesar fundir. Frálíkar røður hava her ofta verið fluttar, og altíð hava hesir fundir havt ein sjáldsaman hátíðarligan dám.

Uttan at byrgja seg inni móti lívi og streymum ut-tanfyri, gjørdist háskúlin fult og heilt ein føroyskur

skúli. Hugsjónin var donsk, men hon varð sett niður í føroyskar umstøður. Hjá mongum var einasti skúlakunnleikin, tey fingu, frá háskúlanum, og ið hvus-su er var hann í fleiri ár ei-nasti skúli, har móðurmálið varð lært.

Ein sanglistarlig»eksplosjón«Fólkafundirnir vóru eitt hitt ítøkiligasta eyðkennið fyri hina livandi tjóðskapar-rørsluna. Hesir fundir hava verið hildnir í Føroyum sunnudagar ella høgtíðsda-gar á sumri, oftast burtur frá bygd og bý á náttúruvø-krum støðum.

Stórar fólkafjøldir úr mongum og fjarskotnum bygdum savnaðust á fól-kafundi, kenningar hittust og nýggj vinabond vórðu knýtt. Fundirnir vórðu

lýstir í bløðunum, hvat ev-nið var og hvørjir talarar vóru. Nógv varð sungið á fólkafundum. Tann ken-di sangurin »So harður er streymur« eftir Jóan Petur Gregoriussen uppí í Trøð í Kvívík lýsir teir gomlu fólkafundirnar og eggjar fólki til at fara á fund. Fyr-sti fólkafundur í Føroyum var á Traðahamri á Sandi 2. hvítusunnudag 1894. Tá yrkti Jóan Petur uppi í Trøð »Við Kaspiska Havið, á fløtunum har«, sum tá varð lisin á fundinum; seinni varð hann sungin við gom-lum føroyskum vísulagi. Hesir fólkafundir vóru ein týðandi umrøðupallur og almenni í tjóðskaparrørs-luni.

Føroyingar hava síðan fyrndartíð kvøðið kvæði og vísur, sungið sálmar og andligar vísur. Kvæðini og

vísurnar vórðu havd fram-mi á gólvi í dansitíðini um veturin ella saman við sø-gum og sagnum á kvøldse-tunum aftan á arbeiðstíð, tá ið fólkið var savnað saman í roykstovuni til inniarbeiði (at karða, spinna, binda). Sálmarnir vórðu sungnir í kirkjuni ella tá lestur varð lisin heima. Men við fólka-fundunum fóru føroyingar sum eitt óløgi at syngja úti í Guds fríðu náttúru.

Í eini samrøðu, eg í mai 1994 hevði við Eyðun An-dreassen, doktara í fól-kalívssfrøði, í sambandi við 100 ára dagin eftir fyr-sta fólkafundin á Sandi, tók hann soleiðis til:

»Her hendi ein sonn ‘eks-plosjón’. Til fólkafundirnar yrktu skald okkara fostur-landssangir, í fyrstuni til ymsi kend norðurlendsk sangløg, og fólk tóku so væl

undir við teimum, at tey sungu á ferð til fólkafun-dirnar, antin í báti um firðir og sund ella til gongu upp um fjøll. Slíkt var ikki hent áður. Og tey sungu á veg heimaftur. Tá okkara egnu tónaskald fóru at smíða løg til hesar fosturlandsyr-kingar, tóku fólk væl undir við teimum.«

Og at hesi fosturlands-skald ikki yrktu fyri deyvum oyrum, váttar, at hesir sangir enn í dag ljóða við somu løgum á veitslum og samkomum inni og úti. At mangir teirra eru savnaðir í »Songbók Føro-ya fólks« hevur gjørt sítt til, at teir hava verið varðveit-tir.

Innbjóðingarmenninir Hesir níggju stóðu sum innbjóðarar til fundin í Tinghúsinum 2. jóladag 1888:

Enok D. Bærentsen (1831-1900), keypmaður og leingi løgtings-maður, eitt skifti fólkatingsmaður. Hann var faðir Chr. Bærentsen, ei-nasti føroyingur, ið var amtmaður í Føroyum

H. N. Jacobsen (1832-1919) var bók-handlari og bókbindari. Sonur hans-ara var málfrøðingurin Jákup Jakob-sen, fyrsti føroyingur, ið vann sær doktaraheiti

Dione Isaksen (1849-1912), Djóni í Geil, var timburmaður og málarameistari (eitt nýtt yrki í Føroyum) og var umframt tað høvuðsmaður í øllum tíðarrørslum í Før-oyum tá. Hann var faðir Kristin í Geil

S. F. Samuelsen (1851-1932), Sámal á Krákustei-ni, var kvartermeistari á Skansanum. Hann var vinur við Hjalmar Hammershaimb, føroyinga-felagsmann í Keypmannahavn, sum eitt skifti var amtsfulltrúi og settur sorinskrivari í Føroyum

Rasmus Effersøe (1857-1916), landbúnaðarráðgevi, blaðstjóri, tjóðskaparleiðarin, yrkjarin og hin altumfevnandi hugsjónarmaðurin

Jens Olsen (1860-1921) var múgvandi keypmaður og konsul og kassamei-stari Føringafelags. Seinastu ár felag-sins mundu hann og Rasmus Effersøe gjalda tað mesta av tí, sum Føringa-felag og Føringatíðindi kostaðu

Júst Jacobsen (1860-1932) var bóndi á Húsum í Havn. Hann var seinni formaður Føringa-felags, eitt valskeið løgtings-maður

Chr. L. Johannesen (1862-1935), lærari í Almúguskúlanum í Havn. Var ein høvuðsmaður í tjóðskaparrørsluni. Skrivaði drúgvu, søguligu frágreiðingi-na frá jólafundinum. Tíðliga flutti hann til Danmarkar sum lærari, og varð búgvandi har

Jóannes Patursson (1866-1946), Jóannes bóndi í Kirkjubø, var bert 22 ára gamal á jólafundinum, men við yrking sínari »Nú er tann stundin komin til han-da« legði hann føstu tjóðs-kaparligu stevnuskrá sína, sum helt til deyðadags

Page 18: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 201418

L A NG A BB ASONUR K J Ø LBRO Ú TNE V NDUR TIL DÓM A R A V IÐ M A NN A R Æ T TINDA-DÓMSSTÓLIN Í STR ASBOURG

Grein á www.politiken.dk

http://politiken.dk/indland/ECE2193836/46-aarig-landsretsdommer-skal-til-strasbourg/

Á myndini omanfyri sæst J.F. Kjølbro saman við abba-synunum 1951 í túninum hjá Ewald, nú Norðoya Ellis- og Vistarheim. Frá vinstru: Finn Kjølbro, Anders Harboe Ree, Steen Falsner, Sjúrður Kjølbro og Jógvan Kjølbro (pápi Jón Fríðrik sum er útnevndur dómari í Strasburg). Jón Fríðrik er triðelstur av fýra brøðrum, har elsti beiggi hansara, Ewald Kjølbro, er stjóri í Landsverk. Mamman er Alvdis, ættað úr Nýggjustovu í Kunoy. Jón Fríðrik var miðskeiðis í nítiárunum dómarafulltrúi hjá Sorinskrivaranum, Jógvan Andreasen.

Page 19: Nordlysid nr 04 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 4 FRÍGGJADAGIN 31. JANUAR 2014 19

Sum ein liður í framhaldandi menning av skúlatilboðunum í Klaksvík, eru skúlarnir í býnum samdir um at byrja samstarv um at menna og samskipa skúlatilboðini og at marknaðar-føra hesi betur.

Sum ein av allar fremstu skúlabýum í landinum bjóðar Klaksvík ein hóp av

undirvísingartilboðum.

Grundarlagið er tí sera gott fyri víðari menning og sam-starvi, og tí hevur Klaks-víkar Kommuna – saman við skúlunum í Klaksvík – tikið stig til eitt framrættað samstarv millum skúlarnar, ið m.a. hevur til endamáls at skapa eina saman sjóðaða skúlaeind í Klaksvík.

Sum sjálvstøðugur, lokalur myndugleiki, ið varðar av onkrum av hesum skúlum, vil kommunan fegin skipa fyri einum slíkum, óform-ligum samstarvi.

Hugsanin er, at hetta skal verða eitt forum, har le-iðslurnar fyri skúlarnar – undir óformligum viður-skiftum – fáa høvi at sam-skifta og sparra við hvønn annan um viðkomandi

felags spurningar, áhug-amál og møgulig felags átøk.

Ein sonevndur “tænke-tank”, ið skal samansjóða skúlalív í Klaksvík og við tíðini skal gera Klaksvík til ein skúla- og universitetsbý.

Málið er høgt, men als ikki óhugsandi. Samstundis nýtist tað ikki altíð at vera talan um stór mál, men ei-sini smærri tiltøk og eisini møgulig samstørv millum skúlarnar.

Hósdagin 23. januar kallaði borgarstjórin til fyrsta fun-din í býráðshúsinum, har byrjað varð við umrøðu av møguleikum fyri mennandi samstarvi.

Í Klaksvík kanst tú leggja lunnar undir allar miðallan-

gar og hægri útbúgvingarFundurin staðfesti, at

áhugi og grundarlag er fyri hesum samstarvi, har fyrstu tiltøkini verða at útvega næmingahagtøl og at arbeiða við felags mar-knaðarføring.

Í miðnámskúlunum í Klaksvík kanst tú leggja lunnar undir allar miðal og hægri útbúgvingar – herundir yrkisnám, sum vendir sær til handverksút-búgvingar og tilhoyrandi framhalds útbúgvingar.

Eitt av sera væl umtóktu miðnámsskúla tilboð unum er Klaksvíkar HF-skeið.

Hartil bjóða skúlarnir í Klaksvík gymnasialu Tøknibreyt ina, sum – alt eftir hvat næmingurin velur av lærugreinum – gevur

atgongd til víðari lestur – eitt nú á universitetum víða hvar.

Her kann fjarlestrardepilin Fjarnám knýtast uppí, og er longu byrjað eitt samstarv við umleið 30 lesandi.

Umleið 400 víðari lesandi í KlaksvíkSamanlagt eru fleiri enn 400 lesandi í Klaksvík, sum ganga í víðari skúla eftir fólkaskúla í Klaksvík, har skúlarnir og stovnarnir eru: *Klaksvíkar HF-skeið, *Tekniski Skúlin í Klaks-vík, *Fjarnám, *Húsar-haldsskúli Føroya, *Sjónam og *Valskúlin (10. flokkur)

Harumframt telur fólka-skúlin (1-9. flokkar) 700 næm. og Klaksvíkar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli góðar 1000 næm., sum taka

lut fjølbroyttari samanse-ting av lærugreinum.

Samanlagda næmingata-lið í Klaksvík – eftir fól-kaskúlan – er sostatt uml. 1400, svarandi til umleið 30% av íbúgvunum í kom-mununi.

Klaksvík, 27. januar 2014 Jógvan SkorheimBorgarstjóri

KL AKSVÍK SK AL VERÐA SKÚL A- OG UNIVERSITET SBÝ UR

Page 20: Nordlysid nr 04 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]