nordlysid nr 18 2015

32
9 772245 065007 FÓLKATINGSVALIÐ 2015 hósdagin 18. juni Leygardagin 20. juni Ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin - lokala røddin síðani 1915 NR. 18 MIKUDAGIN 17. JUNI 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00 EykaTunnilsdagur

Upload: nordlysid

Post on 22-Jul-2016

326 views

Category:

Documents


15 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 18 Mikudagin 17. juni 2015

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 18 2015

97

72

24

50

65

00

7

FÓLK ATINGSVALIÐ 2015hósdagin 18. juni

Leygardagin 20. juni Ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin

- lokala røddin síðani 1915NR. 18 MIKUDAGIN 17. JUNI 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00

EykaTunnilsdagur

Page 2: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20152

F Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

Búskaparliga haldførið – eitt skot fyri bógvin í fullveldissamgonguni Inntøkurnar hjá Landskas-sanum eru grundarlagið undir einum støðugum samfelagsbúskapi og framhaldandi vælferð. Ein týðandi partur av hesum inntøkum er Ríkisveitingin úr Danmark, sum er gjald fyri felagsmálsøkini (heil-suverk, fólkapensiónir og serforsorg).

Haldførið í føroyska bús-kapinum fekk eitt skot fyri bógvin í 2002, tá fullvel-dissamgongan, mest sum

yvir nátt, valdi at yvirtaka tvey stór felagsmálsøki (fólkaskúli og forsorg) við teirri avleiðing, at inntøkur landskassans minkaðu í ei-num høggi við 365 mió.kr. (1 mió.kr. um dagin).

Hesar yvirtøkur vóru gjørdar í stórum fíggjarli-gum ábyrgdaroysi, tí eingin landskassainntøka varð sett ístaðin. Slíkur inntøku-missur hjá landskassanum hevur verið við til at seta vælferðartænasturnar undir trýst, og hevur rakt meint hjá teimum, sum á ein og annan hátt hava brúk fyri almennum tænastum.

Búskaparliga støðan í føroyska samfelagnum í løtuni er góð, serliga grun-da á uppsjóvar- og alivin-nuna. Men umstøðurnar og fortreytirnar í einari tilfe-ingisvinnu kunnu broytast skjótt hvønn vegin, tað he-vur søgan lært okkum.

Av teirri orsøk er tað ikki rætt at eksperimentera við lagnuni hjá føroya fólki, heldur ikki í góðum tíðum, við t.d. at fremja yvirtøkur og skerja Ríkisveitingina enn meira. Slíkt kann ge-rast ein vanlukka fyri tað búskaparliga haldførið og vælferðarsamfelagið Føro-

yar.Tað er bara Sambands-

flokkurin, sum 100% gongur inn fyri at útvikla og styrkja Ríkisfelagss-kapin - aðrir flokkar vilja entin fastfrysta ella avtaka felagsskapin. Vel tað búskaparliga trygga og vel Sambandsflokkin.Tín atkvøða ger stóran mun. Edva Jacobsen, løgtingskvinnaValevni Sambandsflok-sins til fólkatingsvalið

RÍKISFEL AGSSK APUR: BÚSK A PA RLIG A H A LDFØ RIÐ

TJÓÐVELDI –TÍN R Ø DD Á FÓLK ATINGITjóðveldi er títt besta boð til føroyska sessin á Fól-katingi

Alt meðan týðandi avgerðir fyri Føroyar verða tiknar á Fólkatingi, so eiga vit at hava eina føroyska rødd. Uttan egnan uttanríkispoli-tikk er Fólkatingið eitt vin-deyga út í stóra heim.

Hóast vit ikki dagli-ga geva okkum far um, hvønn týdning eitt nú ræt-targangsmál, verjumál og uttanríkismál hava í geran-disdegnum, so ávirka hesi grundleggjandi viðurskifti, ið viðkoma bæði búska-parmenning, útflutningi og gerandisdegi okkara. Sitandi samgongan hevur samtykt fleiri avgeran-di lógir fyri Føroyar, ið knýta okkum tættari at bæði ríkisfelagsskapinum og ES. Í 2014 atkvøddi Fólkaflokkurin fyri av-lurtingarpakkanum, sum

er ES-lóggáva, ið gevur donskum og ES-myndugle-ikum víðfevndar heimildir at avlurta og goyma upplý-singar um privat samskifti hjá øllum føroyingum, og í 2015 atkvøddi sami flokkur einmælt fyri at geva einum donskum ráðharra ein-

samallan avgerðarrætt um at seta ES-lógir í gildi í Før-oyum á fíggjarøkinum. Og fýra ferðir hevur flokkurin, sum kallar seg tjóðskapar-flokk, atkvøtt fyri at hækka blokkin, í 2011, 2012, 2013 og 2014.

Tí er bert ein veruligur

tjóðskaparflokkur, ið kann verja føroysk áhugamál!

Týðilig føroysk røddSera avgerandi fyri okkum føroyingar er, hvussu vit starvast á Christiansborg. Á egnum politiskum pal-li í fólkatinginum megna vit óheft at taka upp øll mál, ið kunnu fremja søk føroyinga. Norðuratlants-bólkurin megnaði í sínari tíð serstakliga væl at virka fyri áhugamálum og rættin-dum hjá føroyska og grøn-lendska fólkinum burturav. Við egnum samleika og greiðari talu lýstu og stað-festi bólkurin støðuna hjá útisetum og rættindi okkara sum tjóð.

Eina slíka greiða rødd tørvar okkum aftur á Fól-katingi. Fólkatingssessurin er ein tignarlig umboðan og eigur ikki at verða brúktur til at fremja egin áhugamál. Tað er røddin úr Føroyum,

limir á Fólkatingi vilja hoyra, ikki møsn um pe-ning til einstøk prosjekt, ið vísa okkum sum politi-karar og tjóð á knøunum. Tað eru áhugabólkar og fe-løg, ið skulu hava leiklutin at fáa fíggjað verkætlanir úr grunnum o.ø., ið lata stuðul. Fólkavaldir politi-karar arbeiða við politik-ki, og tjóðveldispolitikarar tryggja sjálvbjargnisrødd føroyinga.

Norðuratlantshøv í miðdepilinFøroyar og Grønland hava áhugamál, ið eru rættiliga lík. Sum fiskivinnutjóðir í Norðuratlantshavi liva vit av ovurstóra livandi tilfe-inginum í Norðurhøvum og øðrum ráevniskeldum. Veðurlagsbroytingar, havumhvørvi og burðar-dygg veiða eru alt avgeran-di fyri okkara liviumstøður. Í ríkisfelagsskapi við Dan-

mark sum limur í ES krevur tað av okkum, at vit sum eru umboðað av donskum uttanríkisráðharra, ið star-vast nógv í Brússel og við landbúnaðarviðurskiftum sum aðalmáli, skulu gera vart við okkum. Norður-latlantshøv mugu setast í miðdepilin. Makrelmálið prógvar, at Danmark velur ES fram um føroysk viður-skifti.

Tí er tað av alstórum týd-ningi, at føroyingar fara á val 18. juni og velja eina greiða og týðiliga føroyska rødd, ið kann føra tíni sjónarmið fram á røttum stað.

Vel føroyska rødd á Fólkating!

Óluva Klettskarð,Tjóðveldi

F Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

Page 3: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 3

Ríkisfelags-skapuRin skal útviklast – ikki avviklastSambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, sum gongur fult inn fyri Ríkisfelagsskapinum. Tað er í einum sterkum Ríkisfelagsskapi, at føroyingar hava bestu møguleikar at varðveita og menna væl­ferðarsamfelagið.

vælferð

sambandsflokkurin vil

• Styrkja serviðgerðir uttanlands og arbeiða fyri lægri prísum á heilivági

•Menna rættindi hjá føroyskum lesandi

• Skapa atgongd til fígging av mentanaríløgum, eitt nú til føroyskafilmsframleiðsluoglist

• Arbeiða fyri fígging til føroyskar verkætlanir innan mentan og gransking

tryggur búskapur

sambandsflokkurin vil

• Dagføra ríkisveitingina, ið er tryggasta inntøkan til fígging av vælferðini í Føroyum

• Útvikla Ríkisfelagsskapin, ið gevur Føroyum betri bú­skaparligt haldføri, hægri altjóða kredittmeting og lægri rentu á lánum

• Arbeiða fyri einum støðugum búskapi, ið saman við tryggleika og trivnaði skapar fólkavøkstur

altjóðagerð

sambandsflokkurin vil

• Tryggja føroyska samfelagnum og vinnuni góða atgongd til ES­marknaðin fyri at skapa arbeiðspláss og at styrkja búskapin

• At okkara umboð á Christiansborg skal brúka sína ávirkan til at samstarva og á tann hátt útvikla og ikki avvikla Ríkis­felagsskapin

Kaj Leo Holm JohannesenTórshavn

Edmund JoensenOyrarbakki

Bjørn KalsøSyðradalur K.

Alfred OlsenSaltnes

Rósa SamuelsenSandavágur

Eivin JacobsenSørvágur

Niels Olaf EyvindssonSandvík

Bárður S. NielsenVestmanna

Jóhan DahlFámjin

Helgi AbrahamsenStrendur

Edva JacobsenFuglafjørður

Reimund LanggaardLeirvík

Gerhard LognbergSkopun

Conrad Gaard JoensenVágur

set við lista B www.samband.fo

Page 4: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20154

A RBEIÐSPL ÁSS Í FØ ROY UM - NEI TIL LIM ASK A P Í ES - JA TIL FRÍH A NDILFøroyingar eiga at kun-na útflyta víðarivirkaðar fiskavørur, uttan at hetta skal kostað okkum heili 20 prosent í eykatolli/rev-sitolli.

Feskasta dømi er p/f Chri-stian í Grótinum.

Teir vórðu noyddir til at fara heilt til Týsklands at

framleiða sild og makrel í dós, tí tað lat seg ikki gera í Føroyum vegna toll-forðingar.

Hetta er jú heilt burtur-við. Vit mistu við hesum fleiri uppløgd arbeiðspláss og inntøkur. Her liggja fle-iri ótroyttir framtíðarmø-guleikar og bíða . Ein loysn má og skal finnast á hesum sum skjótast.

Vit skulu skapa fleiri ar-beiðspláss í Føroyum til føroyingar og øll onnur, sum hava valt at búsetast her.

Tað kann ikki vera mei-ningin at vit skulu verða noydd til at útflyta ar-beiðspláss hjá okkara høvuðsvinnu vegna toll-forðingar.

Arbeiðsplássini í okkara

høvuðsvinnu skulu í mestan mun verða í Føroyum.

Hetta er veruliga nakað, sum tað skal arbeiðast við. Her er fólkatingspallurin eitt upplagt høvi at føra hesi sjónarmið fram.

Elsebeth Mercedis GunnleygsdótturValevni til fólkatingið

F Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

Superimperialisturin Sø-ren Espersen úr Dansk Folkeparti sigur opið tað, sum bæði Lars Løkke Rasmussen og Helle Thor-ning-Schmidt hugsa: Vit skulu gloyma alt um eina føroyska grundlóg. Í staðin fyri skulu vit bindast tæt-tari at Danmark, sum skal skipa eina serliga ráðharra-stovu, til at stjórna Føroy-um og Grønlandi.

Okkara svar má og skal

verða eitt rungandi NEI! Vit finna okkum ikki í ei-num slíkum hugsunarhátti, sum hoyrir hjálandatíðini til! Í komandi løgtings-valskeiði skulu vit leggja føroysku grundlógina út til fólkaatkvøðu, og vónandi verður hon samtykt við ei-num rungandi JA!

Fólkatingssessurin skal brúkast til at fortelja døn-um, at vit taka okkum ræt-tin til at fyriskipa okkara

egnu viðurskifti. Og góðt-aka danir ikki hetta, jamen so er tað teirra trupulleiki!

Ongin fær frælsi; ein te-kur frælsið og tað skulu vit føroyingar eisini gera! Og fólkatingssessurin er ein partur av hesum stríði. Í fótbólti vunnu vit á gom-lu mentanartjóðini Grik-kaland. Í makrelstríðnum bastu vit tí stóra ES. Og sjálvandi vinna vit eisini stríðið um grundlógina á

pinkulandinum Danmark!

Latum okkum tí øll savnast um eina sterka føroyska rødd á folkatingi.

Vel frælsi og rættvísi, vel Tjóðveldisflokkin hósdag-in!

Jóhann Lützen

NÚ ER OVBOÐIÐ

Endamálið við fólkatings-sessinum er at verja føroysk áhugamál, lyfta vælferðina, tryggja búskaparliga hald-førið og áhaldandi arbeiða við ávirkan og rættindum á altjóða pallinum.

Felagsmálini dagførastHeilsuverkið, serforsorgin og partar av pensjónsøki-num eru dømi um felags-mál, sum skulu haldast á einum nøktandi støði.

Altjóða lóggáva og ríkislógirPartur av danska lógarver-kinum er altjóða- og ES-ló-gir. Hesar kunnu koma í Løgtingið, sum ríkislógir ella løgtingslógir. Tað he-

vur týdning at laga hesar til føroysk viðurskifti, so hvørt tær verða smíðaðar.

Sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapumVit skulu vinna sjálv-støðugan limaskap í millumtjóða og altjóða felagsskapum. Á fiskivin-nuøkinum eru felagsskapir, t.d. NAFO og NEAFC, har vit undir verandi skipan hava mótstríðandi áhug-amál við aðrar partar í ríki-num. Hetta eigur at verða broytt!

Betur marknaðaratgongd – fleiri arbeiðsplássES – limaskapur er ikki leiðin at ganga, tí vit sku-lu sjálvi umsita okkara

fiskiríkidømi. Men frí marknaðaratgongd á ES - marknaðinum og øðrum týðandi marknaðum er neyðug. Ítøkiligar æt-lanir eru um at byggja góðskingarvirki í Føroy-um. Slík virki skapa ar-beiðspláss. Ikki minst av teirri orsøk er neyðugt við størri fríhandli við ES.

Sjálvstøðuganlimaskap í IOCÍtróttaligu avrikini í altjóða kappingum eru við til at seta okkum á heimskortið. Sjálvstøðugur limaskapur í IOC, altjóða olympisku nevndini, eigur tí at vera málið. Samskiftið við fors-etan í IOC, Tommas Bach, hevur sannført meg um, at

tað ber til at flyta mørk, og við miðvísum arbeiði vinna rættin at luttaka á olympis-ku leikunum undir Merki-num.

ÚtbúgvingGóðir útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar hava stóran týdning. Vit ynskja at varðveita og styrkja út-búgvingarmøguleikarnar uttanlands og ikki minst í Føroyum.

Bjørn Kalsø, valevni Sambandsfloksins til Fólkatingið

BJ Ø RNIN, BÓNDIN OG BORGIN

Page 5: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 5

Page 6: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20156

FØ ROYSK IR FISK IMENN KUNNU ÚTIH ÝS AST, MEN IK K I SE A SHEPA RD

Hevur fólkatingsval na-kran týdning fyri okkum føroyingar?

Er veruleikin ikki tann,

at fólkatingið ávirkar før-oyska samfelagið rættuliga nógv?

Tá fólkatingið góðtók, at ES boykottaði Føroyar,

hevði tað ikki ávirkan á al-lar føroyingar?

Tá fólkatingið góðtók, at føroyskir fiskimenn vórðu útihýstir úr donskum hav-num, hevði tað ikki ávirkan á allar føroyingar?

Tá danska løgreglan í Føroyum ikki vil góðtaka, at vit útihýsa SEA SHE-

PARD úr føroyskum hav-num, ávirkar hetta tá ikki føroyska samfelagið?

Góðtaka fólkatingið og núverandi føroysku fólka-tingsmenn, at í danska ríki-num kunnu føroyskir fiski-menn útihýsast, men ikki SEA SHEPARD?

Um fólkatingið avgerð, at

senda flóttafólk til Føroyar, kunnu vit tá ikki roknað við, at føroyska samfelagið verður ávirkað?

Vit kundu hildið á, at nevnt dømir, men sigur het-ta okkum ikki, at tað er sera umráðandi, at hava umboð á fólkatingi, ið arbeiða fyri tí, sum er best fyri Føroyar.

Eg haldi, at røttu um-boðanina, finnur tú í Fól-kaflokkinum

Tað hevur tí stóran týdning, at fara á fólkatingsval.

Joen Magnus RasmussenValevni Fólkaflokksins til fólkatingsvalið.

F Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

Tjóðveldisflokkurin ger greitt í síni valskrá, at verða vit tungan á vágskálini, tá fólkatingsvalið er av hóskvøldið, tá fara vit at brúka tann møguliga íkom-na samráðingarmøgulei-kan til tess, at fáa danskar myndugleikar treytaleyst at viðurkenna rættin hjá føroyska fólkinum at gera egna grundlóg, uttan at danir blanda seg uppí. Da-nir skulu taka sær av Dan-mark, meðan føroyingar skulu taka sær av Føroyum.

Annar av fólkatingsmonnu-num, sum nú sita, hevur ve-rið tungan á vágskálini hjá donsku javnaðarstjórnini í brátt farna valsskeiði. Hann hevur ikki brúkt hendan møguleikan sum jarnbrot, fyri at tryggja føroyska fól-kinum hendan rættin.

Hann sigur í einum orða-skifti á Christiansborg fyri kortum, at stjórnin tvíhel-dur um betong-tulking av donsku Grundlógini. Og hann heldur fram: “Kor-tini er tað ein trupulleiki, at Stjórnin blívur við at tvíhalda um, at alt tað, sum gjørt verður í Føroyum, skal rúmast innanfyri kar-marnar á donsku Grund-lógini...............At stjórnin noktar at viðurkenna henda

veruleika, verður ein trup-ulleiki um føroyska stjór-narskipanin aftur verður sett á skrá.” Orðaljóðið ger greitt, at føroyski fólka-tingsmaðurin er vónsvikin av donsku andsfrændunum. Og orðaskiftið gjørdi púra greitt, at danska javnaðar-forkvinnan, Helle Thor-ning-Smith, hvørki var til at høgga ella stinga í he-sum viðvíkjandi. Tað er og verður bara ein Grundlóg galdandi í hinum danska ríkinum, sambært henni.

Lars Løkke Rasmussen hevur somu hugsan. Sum forsætisráðharri segði hann longu í 2010, at: “Regerin-gen har en meget klar linje. Vi holder ikke på Færøer-ne, hvis de ønsker at blive selvstændige.” Og hann heldur fram: “Men vi insi-sterer sådan set bare på, at de helt grundlæggende be-stemmelser i rigsfælleska-bet overholdes. Det udkast, der er på bordet her, med de kommentarer Justitsmi-nisteriet har givet, kan ikke være det papir, man vil sæt-te igennem på Færøerne.” Eftir at LLR hevði hitt løg-mann, varð honum lovað, at uppskotið um nýggja Stjórnarskipan var tikið av borðinum. Onnur royndin, árið eftir, broytti onki ut-

tan tað, at føroyska semjan, sum hevði verið framma-nundan, hvarv sum døgg fyri sól. Ta ferðina segði LLR: “Ingen kan være tjent med – hverken i Lagtinget eller den færøske befolk-ning – at der er uklarheder i et beslutningsgrundlag, som vedrører Færøernes forfatningsmæssige stil-ling i riget.” Tað eydnaðist donsku imperialismuni at steðga føroysku royndini at fáa til vega sama fun-dament, sum flestu aðrar tjóðir í heimi standa á.

Nú kemur so Søren Espersen úr Danska Fól-kaflokkinum teimum á baki við hesum orðum: “– Det er helt udelukket med flere grundlove. Færøerne kan lave deres egen, hvis de bliver selvstændige. Jeg har talt med Lars Løkke Rasmussen og Helle Thor-ning-Schmidt, og de vil begge afvise kravet, siger Søren Espersen.”

Ein annar sum úttalar seg um málið er Finn Thra-num, framsøgumaður hjá Vinstraflokkinum í Føro-ya-málum, hann sigur: “– Færøerne afgør selv, om de vil være selvstændige. Jeg ved ikke, hvordan Høgni Hoydal arbejder, men både Sjúrður Skaale og Edmund

Joensen har haft god føling med, hvad de kan kræve. De har sat krav og har væ-ret realistiske og ikke over-spillet deres rolle.”

Niðurstøðan er greið. Od-dvitarnir í báðum valds-blokkunum á Fólkatingi – hinum reyða og tí bláa - ætla ikki at flyta seg ein tumma í grundlógarmálinum. Tað hevur heldur ikki ve-rið neyðugt, tá ið “Sjúrður Skaale og Edmund Joensen har haft god føling med, hvad de kan kræve. De har sat krav og har været rea-listiske og ikke overspillet deres rolle.” Merkisvert, tá annar teirra hevur havt eina lyklastøðu á javnvágini, um

hvønn vegin valdið í Dan-mørk skuldi fara, hesi sei-nastu 3-4 árini.

Grundlógarmálið lig-gur nú og andøvir orsaka av donskum trýsti, men upp ímóti tí realpolitisku støðu, sum danskur poli-tikkur kann fara at standa í hóskvøldið, stendur punkt 5 í valskrá Tjóðveldisflok-sins: “Verða vit tungan á vágskálini, tá fólkatingsva-lið er av hóskvøldið, tá fara vit at brúka tann møguliga íkomna samráðingarmø-guleikan til tess, at fáa danskar myndugleikar treytaleyst at viðurkenna rættin hjá føroyska fólki-num at gera egna grundlóg, uttan at danir blanda seg

uppí. Danir skulu taka sær av Danmark, meðan før-oyingar skulu taka sær av Føroyum.

Endamálið við hesum er, at føroyingar sjálvir - á fól-kaatkvøðu - skulu sleppa at gera av, hvussu okkara Grundlóg skal skipast in-neftir og úteftir, uttan up-píblandig frá øðrum enn okkum sjálvum.

Gott tjóðveldisval.

Tórbjørn Jacobsen

GRUNDLÓGIN

F Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

Page 7: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 7

góðan morgun føroyar!tað er í tøkum tíma,at vit purra út!Føroyar og Danmark hava ikki samanfallandi tjóðskaparlig ella búskaparlig áhugamál.

Kortini tekur danska Fólkatingið fleiri avgerðir, sum hava ávirkan á Føroyar.

Vit mugu skjótast tilber gera upp við sonevnda ríkisfelagsskapin. Til vit eru komin á mál við

tí, mugu vit brúka fólkatingsumboðanina sum part av einum virknum uttanríkispolitikki.

Danir lata ES sín ræðisrætt og harvið avgerðina um, hvat teir kunnu loyva sær í sonevnda

ríkisfelagsskapinum. Vit skulu steðga eini tilgongd, har vit gjøgnum bakdyrnar gerast

ES-limir sum partur av Danmark – ein tilgongd, sum hevði forkomið okkum sum eitt virkið,

sjálvshugsandi og egið fólk.

Vit mugu eisini venda arbeiðs- og avrikshugburðinum hjá teimum, sum higartil hava sitið

á Fólkatingi. Tað er beinleiðis snópisligt, tá føroyskir politiskir flokkar og ávísar føroyskar

verkætlanir verða fíggjað av donsku fíggjarlógini.

Heldur enn at taka dagar ímillum ein bláan ella reyðan blokk ella at skipa okkum í hetta ella

hatta norðuratlantiska átakið, skulu vit tryggja, at okkara virkisgrundarlag í alheiminum ikki

verður avmarkað av ríkisfelagsskapinum. Hetta skulu vit gera púra óheft av, hvat danska

stjórnin ella danskir og grønlendskir politikkarar halda og gera.

Tíðin er komin til broyta føroysku siðvenjuna í politiska arbeiðinum á Fólkatingi. Vit fara at

tveita undirbrotligheitina burtur og í staðin geva stoltleikanum og sjálvsvirðingini rúmd. Vit

biðja hervið um undirtøku frá tykkum - Føroya fólki - til at sleppa at gera tað.

Poul MichelsenFormaður í Framsókn

framsókn liberali tjóðskaparflokkurin

Page 8: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 20158

Vit liva undir eini ab-surdari skipan. Ein em-bætismaður hevur fastan sess í løgtinginum, bara tí hann er ríkisumboðs-maður. Og um nakrar dagar skulu vit velja tvin-ni umboð í eitt ting, sum ikki er okkara.

Men tað hevur verið enn meira absurd at hoyrt mjar-rið tey seinastu 4 árini frá teimum føroysku umboðu-num á danatingi. Vit orka onki, vit kunnu onki, vid duga onki, og vit vilja hava meira pengar frá tykkum, tykist hava verið boðska-purin. Og ja, forrestin, so eru Føroyar ein eins nát-túrligur partur av danska

ríkinum, sum Bornholm. Ikki er frítt, at ein má bíta seg í tunguna og spyrja seg sjálvan, um hetta skal vera ímyndin av føroyingum í tí

Harrans ári 2015?!

Nei, vit skulu ikki standa sum ein ímynd av biddarum og vesalavættum mótvegis

dønum. Verða tær neyðugu broytingarnar gjørdar her-heima í Føroyum, megna vit sjálvi at fíggja okkara vælferð og finna okkara egnu bein í alheims sam-felagnum. Og tað er hetta, sum vit, loysingarfólk, sku-lu brúka fólkatingssessin til at fortelja dønum.

- Vit skulu fortelja døn-um, at vit vilja gera okkara egnu grundlóg, uttan dan-ska uppíblanding!

- Vit skulu fortelja døn-um, at vit sjálvi megna at fíggja okkara egnu vælferð!

- Og vit skulu fortelja dønum, at Føroyar stevna beint ímóti republikkini!

Góðu føroyingar, góðu

loysingarfólk. Eg veit væl, at tað smakkar illa í ok-kara munni at fara á fól-katingsval. Hetta valið ke-mur ikki okkum við, kann sigast. Men kortini er ein meining við tí, tí tað tænir ikki okkara frælsisstríði at lata sessirnar til tveir sam-bandsmenn. Tað tænir ikki okkara frælsisstríði at danir skulu hoyra upp á føroyskt sambandsmjarr í enn eitt valskeið. Og tað tænir so slettis ikki okkara fræl-sisstríði at lata tveir sam-bandsmenn brúka fólka-tings-sessirnar til at bidda sær danskar pengar.

Nú er stutt eftir á mál, til valið verður. Við einari mynd frá kappróðraítrótti-

ni kunnu vit siga, at vit eru komin inn um Kósabrúnna og nærkast bedingini. Nú er stundin komin til at seta fulla ferð á endaspurtin og ganga fram á sambands-skúturnar í hvørjum taki, til vit hava lagt tær báðar afturum.

Vil tú vera við til at taka eitt tak fyri ta føroysku tjóðina? So er at fara á val hósdagin, og seta krossin við Tjóðveldi. Tí Føroyar hava brúk fyri tær og tína-ri atkvøðu, eisini í eini ab-surdari skipan.

Gott tjóðveldisval, øll somul.

Jóhann Lützen

Eg veit, at tað eru mong í okkara kæra landi, ið eins og eg sjálvur pínast inn at sálini av tí ágan-gi, sum áhaldandi er á grundsúlurnar í samfelag okkara, ið byggja á okka-ra kristna arv. Tú kennir teg máttleysan og undrast á, hvat tað er, sum hendir.

Hvussu ber tað til, at alt kann skeiklast so skjótt?Og eg hugsi um okkara foreldur og ommur og ab-bar! – “Alt, hvad fædrene har kæmpet, mødrene har grædt”, skrivar Bjørnstjer-ne Bjørnson í tí norska tjóðsanginum, – og mær tykir í dag, at nógv av tí, sum forfedrar okkara settu sína æru í og høvdu sum

sína styrki, sín tryggleika og virðisgrundarlag, verður vanvirt.

Og nú henda dagin var tað, sum um tað fleyt yvir! Grundin til, at eg setti meg at skriva, var ein maður, ið ringdi til mín. Ein av teimum stillu í landinum, sum saman við konu síni hevur roynt at lagt niður í síni børn, hvat er rætt, og hvat er skeivt – júst tað, sum tey sjálv lærdu, og sum kristindómurin í øldir he-vur lært okkara fólk – het-ta, sum eisini hevur gjørt, at føroyingar hava kent til sømiligheit og moralska ábyrgd.

Og hann øtaðist yvir Kringvarp Føroya, sum henda morgunin gav tvei-mum sokallaðum gudloy-singum mikrofonina og

sama kvøld í Degi og Viku fullkomiliga malplaserað borðreiddi við einum sjúkli-gum innslagi um djórasex. Og hetta kom aftan á inns-løgini í útvarpinum dagin fyri um “Drag-showið” í Norðurlandahúsinum.

Og eg mátti taka undir við honum. Hvar eru vit á veg? Eru yvirhøvur eingi mørk fyri, hvat okkara so-kallaðu mentanarstovnar loyva sær? Kringvarp Før-oya, sum vit øll gjalda, og sum sambært lóg eigur at leggja dent á at varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroy-inga, kennir als eingi mørk – og vit uppliva tað ferð ef-tir ferð!

Vit síggja, hvussu selek-tivt kringvarpið er – t.d., hvussu nógv pláss Lgbt

og formaðurin har fáa – meðan onnur, sum royna at tala at, verða láturliggjørd og ignorerað!

Og so er tað Norðurlan-dahúsið, sum nú beint upp undir ólavsøkuna, okkara kristnu tjóðarhátíð, skal hava eitt heilt vikuskifti við einum sonevndum “drag-showi”, har homo-felagið eisini hevur høvuðsleik-lutin. Hvat er hetta fyri nakað? Er ikki skomm skapt í fólki at draga slíka ómentan inn í Norðurlan-dahúsið?

– Eg stúri fyri tí ávirkan, hetta hevur á tað yngra ættarliðið, og eg má siga í samband við meg sjálvan og politikk, at spurningar um vinstra og høgra og sjálvstýri og samband fána, tá ið eg hugsi um slíkt sum

hetta, ið er við til at rota samfelagið innanífrá.

Hetta hevur kanska ikki so nógv við fólkatingvalið at gera, men eitt orðatak si-gur, at “tann, ið tegir, sam-tykkir”, og tí vil eg við he-sum umboða øll tey mongu stillu og tigandi í landinum, sum sálast av tí ósømilig-heit og tí ósiði, sum fær innivist í kringvarpinum og nú eisini í Norðurlan-dahúsinum, og siga, at eg mótmæli! Vit gjalda til hes-ar stovnar, og vit krevja, at teir vísa moralska ábyrgd og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroy-inga!

Jógvan á Lakjuni,løgtingsformaðurog valevni Fólkafloksins

FØ ROYAR HAVA BRÚK F Y RI TÆRF Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

HVAR ERU V IT Á V EG?

V IÐAREIÐISTUNNILIN LIÐUGUR Í 2016Eg fegnist yvir undirt-økuna frá øllum flokkum at arbeiðis uppá Viðare-iðis tunnilin heldur fram og tí kann takast í nýtlsu longu í komandi ári.

Tað er ongin ivi um at tað er fíggjarliga skilagott at arbeiði heldur fram og at

steðgur ikki kemur í hesa verkætlan og at løgtingið finnur loysnir sum gera hetta møguligt, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingslimur.

Tunnlarnir Norð um Fjall bjóðast út í ár.Tað hevði eisini verið ski-lagott at byrja upp tunn-

larnar Norð um Fjall, tá líðgut er at bora til Viða-reiðis. Finna vit eina poli-tiska semju um tað eisini, so kemur landskassin at spara 10 tals milliónir. Øll sum ferðast gjøgnum hes-ar tunnlarnar vita, hvussu átrokandi tað er, at bøta um ferðsluviðurskiftini Norð

um Fjall, nú ferðslan dag-liga økist meir og meir við øllum tí virksemi sum er norðanfyri.

Mín vón er, at vit kunnu fáa somu vælvild frá øllum flokkum á Tingi, sum nú verður víst Viðareiðistunn-lunum, sigur Jákup Mikkel-sen.

Page 9: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 9

Valnevndin fyriFøroya Fólkatingsvaldømi

KunngerðFólkatingsvalnevndin fyri Føroyar hevur fingið og góðkent hesar listar, til fólkatingsvalið hósdagin 18. juni 2015:

Listi A. Fólkaflokkurin:Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, Undir Hálsi 56, KlaksvíkJógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Brúgv 7, FuglafjørðurJákup Mikkelsen, løgtingsmaður, Undir Brúnni 39, KlaksvíkJørgen Niclasen, landsstýrismaður, Undir Bólheyggi 13, SørvágurSólvit E. Nolsø, kundaráðgevi, Torfinsgøta 7, TórshavnAnnika Olsen, landsstýriskvinna, Brobbersgøta 10, TórshavnIngi Olsen, leiðari, Ovarivegur 53, VestmannaJoen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, Garðavegur 19, SøldarfjørðurJanus Rein, løgtingsmaður, Láarvegur 42, TórshavnHanus Samró, løgtingsmaður, Stoffalág 140, TórshavnBrandur Sandoy, løgtingsmaður, í Nesi 16, SandurJacob Vestergaard, landsstýrismaður, Akrarvegur 16, Akrar

Listi B. Sambandsflokkurin:Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Heygsvegur 22, StrendurJohan Dahl, landsstýrismaður, Traðavegur 7, FamjinNiels Olaf Eyvindsson, stjóri, Heiðavegur 14, SandvíkEdva Jacobsen, løgtingskvinna, Stovugerði 16, FuglafjørðurEivind Jacobsen, løgtingsmaður, Gerðisbrekka 3, SørvágurConrad Gaard Joensen, maskinmeistari, Líðarvegur 10, VágurEdmund Joensen, fólkatingsmaður, Oyrarbakkavegur 2, OyrarbakkiKaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á Teigi 6, TórshavnBjørn Kalsø, landsstýrismaður, Dalagøta 16, Syðradalur KReimund Langgaard, løgtingsmaður, Nýggjagerði 3, LeirvíkGerhard Lognberg, løgtingsmaður, Tormansvegur 45, SkopunBárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, Bøgøta 32, VestmannaAlfred Olsen, løgtingsmaður, Rókavegur 24, SaltnesRósa Samuelsen, løgtingskvinna, Onundarvegur 13, Sandavágur

Listi C. Javnaðarflokkurin:Bjørg Dam, lesandi, Birnugøta 4, TórshavnRigmor Dam, løgtingskvinna, Trapputún 6, TórshavnKristoffur Gaardlykke, maskinmaður, Kálvalíðvegur 17, MiðvágurBjarni Hammer, løgreglumaður, Miðbrekka 14, TvøroyriGuðny Hentze, lesandi, Heimasandsvegur 14, SandurSigga Óladóttir Joensen, námsfrøðingur, Toftanesvegur 46, FuglafjørðurAksel Vilhelmson Johannesen, løgtingsmaður, Maritugøta 79, HoyvíkArtur Johansen, borgarstjóri, Lágarvegur 4, StrendurHenrik Old, løgtingsmaður, Eiðsvegur 18, VágurKristianna W. Poulsen, lærari, Maritugøta 30, HoyvíkEyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jørundsgøta 40, KlaksvíkSjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Eystari Ringvegur 5, Tórshavn

Listi D. Sjálvstýrisflokkurin:Pól Jákup Poulsen, stjóri, Strandatún 18, StrendurJógvan Skorheim, borgarstjóri, Heygavegur 62, Klaksvík

Listi E. Tjóðveldi:Magni Arge, vinnurekandi, Borgartún 2, ArgirGunnvør Balle, løgtingskvinna, Kráargøta 1, ArgirAnnita á Fríðriksmørk, lærari, Jørundargøta 53, HoyvíkKristina Háfoss, løgtingskvinna, Kálvagerði 4, TórshavnHøgni Hoydal, løgtingsmaður, Mouritsarvegur 12, HoyvíkTórbjørn Jacobsen, havnameistari, við Langanes, GlyvrarÓluva Klettskarð, studentaskúlalærari, Stoksoyrarvegur 7, KlaksvíkJóhann Lützen, býráðslimur, Stoksoyrarvegur 3, KlaksvíkPauli Trond Petersen, borgarstjóri, Rógvuvegur 1, VestmannaPáll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, Koytugøta 5, SandurSirið Stenberg, løgtingskvinna, Skálavegur 3, VágurTór Marni Weihe, næmingur, Skørugøta 1, Tórshavn

Listi F. Framsókn:Sunneva Háberg Eysturstein, vinnurekandi, Torfinsgøta 10, TórshavnKarlot Hergeirsson, skipsførari, Viðargøta 16, ArgirHanna Jensen, studentaskúlalærari, Tróndargøta 49, NorðagøtaPoul Michelsen, løgtingsmaður, Gundadalsvegur 19, TórshavnHøgni Reistrup, samskiftisfólk, Bøgøta 4, TórshavnRuth Vang, deildarleiðari, Símunargøta 3, Tórshavn

Listi H. Miðflokkurin:Karsten Hansen, landsstýrismaður, Víkavegur 32, KlaksvíkBill Justinussen, løgtingsmaður, Dalavegur 4, GlyvrarJenis av Rana, lækni, Sóljugøta 10, Tórshavn

Uttanflokkalisti:Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, Hornavegur 16, HoyvíkVið ávísing til kap. 6 í ”Lov om folketingsvalg på Færøerne” og gr. 25 í somu lóg er omanfyri nevnda uppstilling, uttanflokka, góðkend við 155 stillarum.

Tórshavn 8. juni 2015

V. v.Olaf á Stongunum, fm.

V IÐAREIÐISTUNNILIN LIÐUGUR Í 2016

Page 10: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201510

Kringvarpið hevur gi-við fólki ta fatan, at Nýtt Sjálvstýri ikki kann ávirka útbúgvingarmøguleikar-nar í Fólkatinginum. Tað gjørdi verturin í andglet-tinum hóskvøldið, og tað gjørdi ummælararnir í sen-dingini “á vágskálini” fríg-gjadagin. Uttan at nakar journalistur hevur roynt at gjørt eina hissini roynd at lýsa málið frá øðrum vin-klum, so er niðurstøðan hjá Kringvarpinum greið: Nýtt Sjálvstýri kann ikki ávirka útbúgvingarmøguleikarnar í fólkatinginum, og hetta er bert eitt annað heiti av ol-mussu, ið føroyingar skulu fáa úr Danmark.

Lat meg fyrst sláa fast, at Løgtingið hevur í dag onga ávirkan á, hvussu danska universitetsumhvørvið verður skipað. Tað er ikki í løgtinginum ella úti í men-tamálaráðnum, at myndug-leikin er at broyta danska

universitetsmøguleikarnar.

Minni fíggjarliga tengd at DanmarkÍ skúlanum lærdu vit at telja, trekkja frá og leg-gja saman. Ofta hoyra vit dømi um, at ein drongur hevði tvey súreplir í einari hond og trý súreplir í hinari hondini, hvussu nógv hevði hann so í alt? Sjálvandi sva-

ra øll fimm súreplir.Roknistykkið broytist

ikki, um vit býta súreplini um við aðrar fruktir. Um spurningurin hevði verið, hvussu nógvar fruktir he-vur ein drongur, um hann hevur tvær perir í einari hond og trýggjar bananir í hinari? So hevði svarið sjálvandi verið fimm fruk-tir! Tað ber til at blanda pe-

rir og bananir í einum rok-nistykki, um spurningurin er, hvussu nógvar fruktir drongurin hevur.

Júst soleiðis er tað eisini við samlaðu sparingini av at taka útbúgvingar heim. Danski statskassin rindar í dag fyri alla útbúgvingina hjá hvørjum føroyingi. Men afturat hesum rindar danski statskassin eisini fyri eina rúgvu av øðrum tænastum til okkara ungu føroyingar í Danmark, so sum SU og boligstøtte (íbúðarískoy-ti) við meira. Tað vil siga, at vit í dag fáa ein duldan blokk úr Danmark, sum ikki verður íroknaður blok-kstuðlinum.

Skulu vit vita, hvussu nógv danir gjalda fyri ok-kara ungu undir útbúgving, so mugu vit rokna bæði útbúgvingartilboðið og al-lar tær tænastur, ið okkara ungu borgarar fáa umframt - altso bæði perir og bana-

nir.Tað, sum Nýtt Sjálvstýri

vil, er at danir skulu gjal-da minni fyri okkara ungu undir útbúgving. Tað fer at gera okkum minni tengd at Danmark, og bindur ok-kum til at taka ábyrgd av okkara kreativu og dugna-ligu ungu.

So við og við, kunnu vit yvirtaka enn meiri.

Sjálvandi skal tað eisini í framtíðini verða møguligt hjá ungum lesandi at lesa uttanlanda, um tað so er í Danmark, Íslandi, Bret-landi ella onkra heilt aðra staðin, tað má vera upp til hvønn einstakan. Uppsko-tið fevnir um tey, ið ynskja at búgva í Føroyum, meðan útbúgvingin verður gjøg-numførd.

Skal hetta kunna lata seg gera skjótt, so er umráðan-di, at eitt fólkatingsumboð ávirkar donsku stjørnuna til at seta krøv til universi-

tetini í Danmark. Danska fólkatingið hevur ábyrgdi-na av universitetsøkinum. Danska fólkatingið hevur ábyrgdina av dygdini á uni-versitetsøkinum. Danska fólkatingið setir eisini krøv til, hvussu økið verður ski-pað, og hvørjum leisti uni-versitetini arbeiða eftir.

Tað hevði verið undar-ligt, um danska stjórnin ikki tekur av møguleika-num at spara nakrar krónur.

Sjálvandi skulu vit ávir-ka útbúgvingarmøgule-ikarnar hjá øllum føroy-ingum, og sjálvandi skal Nýtt Sjálvstýri gera okkum minni fíggjarliga tengd at Danmark.

Jógvan Skorheimformaður flyri Nýtt Sjálvstýri

NÝ T T S JÁLVST ÝRI SK AL ÁVIRK A ÚTBÚGV ING Á FÓLK ATINGI

F Ó L K A T I N G S V A L I Ð 1 8 . J U N I 2 0 1 5

Page 11: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 11

Systkinabørnini Ásla Simonsen og Kjell Kleinfylla 70 ár, 29. juni og 10. juli.

Dagurin verður hildin í Skálanum 4. julifrá kl. 13.00 ril kl. 18.00.

Tey, sum ynskja at koma til veistluna,verða vinarliga biðin um at siga frá

á tel. 456076 / 756200ella á t-post [email protected]

ella [email protected]í seinasta lagi fríggjadagin 26. juni.

Tvinnanda70 ára føðingardagur

Leygardagin 1. august skuluSilja Michalsen, Norðdepil,

og Alex Sivertsen, Klaksvík, giftast.

Vígslan verður í Betesda kl. 13.00, og veitslan verður hildin í skúlanum á Fossánesi kl. 19.00

Tey, sum vilja gleða okkum við at vera til veitslu-na, kunnu tilmelda seg við at ringja ella skriva til

Silju, 263384, ella Alex, 752021, innan 1. juli.

Brúbleyp

L E I Ð A R I N

Leygardagin 11. juli 2015 kl. 12.00 giftastDanial Viðoy, Viðareiði,

og Linda Vest Niclasen, Sørvágur,í Viðareiðis Kirkju.

Veitsla verður hildin fyri innbodnum á Hotel Norð.Brúðarhús verður dagin eftir á Hoygarðsvegi 8

á Viðareiði, har øll eru vælkomin.Vinarliga Danial og Linda

Brúdleyp

Hósdagin 18. juni verður Mikkjal á Bergi 80 ár.Hann er burturstaddur.

F øðingardagur

Dupultsong til sølu Vegna feil keyp er ein óbrúkt dupultsong

stødd 140x200 cm til sølu fyri 9500 kr.Eisini tvey náttborð til sølu fyri 100 kr. stk.

stødd 30h. x 36b. X 37d.Áhugað kunnu ringja á tel. 226550

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,tá okkara høgt elskaða kona, mamma og omma

Karin Nolsøe Poulsenf. 2-7-35 d.14-4-15

andaðist og varð jarðað

Tøkk til tykkum á Sambýlinum á Heygnum,sum vóru um hana.

Tøkk til Marjun Lómaklett prest og Boga Simonsen,fyri góð og troystaríka orð.

Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til í samband viðjarðaferðina og ervið og til tykkum,

ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eisini ein tøkk til tykkum øll, ið mintust hana,

við kransum/blómum ella peningagávu til Emmaus.

Jesus signi tykkum øll.

Familjunara vegnaKári, Jóannes, Árni, Anna Maria, Karin og Pravin

Tøkk

Okkara samfelag er skipað, sum eitt demokratiskt samfelag, har vit øll hava rætt til at hava okkara hugsan og ikki minst talufrælsi.

Tað er ikki soleiðis í øllum londum, at borgarar sleppa væl burturúr at hava egna hugsanir og at siga sína hugsan.

Í okkara døgum, varpa fjølmiðlar ljós á so at siga allan heimin. Vit, sum búgva í vesturheiminum fáa borið tíðindi inn í stovur okkara at kalla alt sam-døgrið, har vit títt og ofta síggja, at tað kostar lív hjá menniskjum aðrastaðni at hava hugsanir, ið ganga ímóti teim ráðandi í landinum.

Vit eiga tí ikki at halda okkum aftur í at brúka okka-ra sjálvsagda rætt, at fara á val, tá val verða fyriski-paði eftir landsins lógum.

Lítið er at ivast í, at valrætturin tryggjar okkara de-mokratisku rættindi, tí eiga vit ikki sita heima val-dagin, men fara á val og við atkvøðu okkara, siga okkara politikarum hvat vit hugsa.

Vit eru helst mong, ið kenna til trupulleikan í áhug-afeløgum, tá ið áhugin fyri aðalfundum minkar og tað gerst trupult at fáa skikkað fólk at stýra slíkum feløgum. Tá er skjótt til at tað fer at ganga niður á bakka og at slíkir felagsskapir doyggja í maktar-loysi.

Óhugnaligari hevði verið, um líkasæla tók seg upp um val til almennu politisku størvini. Tá er ikki bara vandi fyri maktarloysi, men eisini fyri tí sum verri er.

Tað kann væl vera, at vit veljarar til tíðir kunnu hugsa, at okkara atkvøða ger so lítlan mun, at tað ikki loysir seg at vit fara á val.

Tað er ein skeivur og vandamikil hugsunarháttur, tí grundarlagið undir demokratiska samfelagnum er nevniliga, at eisini eg og tú fara á val. Tað er ikki bara eini rættindi at vit kunnu fara á val, men tað er eisini ein borgarlig skylda at vit luttaka og har-við siga okkara hugsan um rakið í samfelagnum.

Far tí á val og stuðla undir demokratisku rættindi tíni nú val til fólkatingið stendur fyri.

Tað er umráðandi at vit fara á val

Page 12: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201512

Sjúk r arø k tar f rø ð ingur

K L A K S V Í K A R S J Ú K R A H Ú S

Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi 0,9 tíð frá 01.08.15 til 15.03.16, at arbeiða í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv: -Prógv og góðkenning sum sjúkra-røktarfrøðingur-Góð samstarvsevnir Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jonu Nielsen, fyristøðu-kvinnu tlf. 45 45 45 lokal 4606, [email protected] ella Synnøvu Hansen, deildarleiðara tlf. 45 45 45 lokal 4543, [email protected].

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-frøðingar.

Umsókn við avriti av prógvi, auto-risatión og møguligum viðmælum skulu sendst til:

Klaksvíkar Sjúkrahús, att: Sjúkrahússtjórin, FO-700 Klaksvík

Umsóknarfreist:26.06.15

K S 3 S E I N G J A D E I L D

Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 KlaksvíkTlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • [email protected] • www.ks.fo

Avloys ar i t i l k øk in

K L A K S V Í K A R S J Ú K R A H Ú S

Søkt verður eftir avloysara fyri kostrøktarstarvsfólk frá 01.08.15 til 30.04.16, ella eftir nærri avtalu. Umsøkjarin skal hava útbúgving sum økonoma, føðsluatstøðari ella líknandi.

Arbeiðstíðin er 0,8.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Kost- og føðslufela-gið og Fíggjarmálaráðið.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg

í samband við kostfakliga leiðara Tórgerð Dam telefon 40 45 81 ella teldupost: [email protected].

Umsókn, saman við avriti av prógvi v.m., verður at senda til: Klaksvíkar Sjúkrahús, att: Sjúkrahússtjórin, FO-700 Klaksvík

Umsóknarfreist:19.06.15

S T A R V S L Ý S I N G

Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 KlaksvíkTlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • [email protected] • www.ks.fo

Vinnubygningur við møguleikum til sølu í KlaksvíkTalan er um tvey samanliggjandi matr.nr., 366 og 367, við ástandandi bygningum á Klaksvíksvegi 72. Matr.nr.367, sum er eldri bygningurin, er í 3 hæddum umframt loft. Bruttovídd pr. hædd er 254 m2. Samlaða víddin er uml. 700 m2, umframt loft. Matr.nr. 367, sum er nýggjari bygningurin, er 748 m2 í 1 hædd. Bygningarnir krevja ábøtur. Tó er ávíst viðlíkahald framt á bygningarnar síðstu árini. Staðseting av bygningunum er góð og góðir parkeringsmøguleikar eru norðanfyri. Rætti keyparin kann víðarimenna ognirnar til ymisk endamál, so sum handil, skrivstovu, íbúðir ella annað virksemi, sum er møguligt at hava í ognunum. Ognirnar verða seldar um hóskandi boð fæst. Áhugaði verða biðin um at ringja 514499 ella senda teldupost til [email protected].

Nira Sp/f Mykinesgøta 6

100 Tórshavn

TænasTur

fartel. 51 44 99 [email protected]

ww

w.g

rafik

mas

ter.f

o

Keyp og søla av vinnuognum

Keyp og søla av fyritøkum

Vinnuráðgeving

nira er ein ráðgevingarfyritøka, sum bjóðar óhefta ráð geving innan keyp og sølu av fyritøkum og vinnuognum, umframt aðra vinnuráðgeving.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tel. 51 44 99 ella senda teldupost til [email protected]

Lat okkum selja tykkara vinnuogn

Ring á tel. 51 44 99

adressa:Klaksvíksvegur 72, Klaksvík slag:Vinnubygningar

Búvídd:uml. 700 m2 + 450 m2

Grundøki:matr.nr. 366: 352 m2

matr.nr. 367: 748 m2

Prísuppskot:Hóskandi boð

Page 13: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 13

St. Kilda eftir Tom SteelTýtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Nú so nógv verður tosað um at fólkið flytur úr Føroyum og úr smærri samfe-løgum og oyggja-samfeløgum, fara vit at prenta brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin he-vur verið fastbúg-vandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.

Eins og í dag, so er St. Kil-da staðið, har flestu súlu-reiðrini finnast. Ein teljing í 1960 metir, at har eiga eini 40.000 pør á Boreray, Stac Lee og Stac an Armin. Í nítjandu øld var súlan áli-tið bæði fíggjarliga og til matna: lýsi og fjaðrarnar av fugli hjálptu til at gjalda le-igu og skaffa neyðugar vø-rur av meginlandinum.

Súlurnar eiga á rókum. Bøgan verpur eitt egg, sum bæði bøga og steggi skiftast um at bøla í einar 40-45 dagar. Tá ungin kemur út, er hann svartur og nakin, men skjótt kemur hvítt dún á. Í september hevur ungin fingið fjaðrar, og tá er tað, at teir á St. Kilda fyrireika seg til torførasta og vanda-miklasta arbeiði á árinum, at taka grásúlu.

Grásúlan varð tikin á nátt, tá fuglurin var á reiðri-num. Vanliga vóru teir tólv mans í felag – sjey plagdu at fara upp á Boreray og hinir fimm plagdu at lig-gja á báti. “Henda oyggin,” skrivaði George Atkinson, “er nógv brattari enn Hirta, og tað sær út til at vera sera torført at sleppa á land har.” Áðrenn teir fóru upp á land, lótu menn seg úr skónum og lótu seg í tjúkkar ullin-tar hosur.

“Menninir av St. Kil-da,” helt Atkinson fram (Hann var við á Broreray summarið 1831), “eru sera fimir, tá teir skulu lenda ella koma aftur í bátin á eini klettastrond, meðan tær longu atlantsbylgjurnar lyfta bátin upp og niður við klettin, einar fjúrtan-fimtan føtur, sjálvt tá havið tykist púra slætt. Báturin liggur við síðuni til, og í hvør-jum stavni stendur maður við ár at halda bátinum frá at koma ímóti. Ein av skóleysu monnunum sten-dur mitt í bátinum við eini kveylu av línu um armin; annar maður heldur í endan á línuni, ella er hann festur í bátin, og tá løtan er, so loypur hann á land og inn á ein hellisenda. So togar hann í línuna, sum er føst í batin og heldur soleiðis bátinum, at hinir menninir kunnu koma á land.”

“Tá teir eru komnir á land, so er at fara undir at klúgva upp í bergið, sum er einar 230 metrar til hæd-dar, og tað kann vera nóg torført fyri hvønn bjarga-mann, men sjálvt við byrði, fingu vit at vita, kundu kvinnur ganga upp og niður av oynni við einum seyði ella tveimum lombum í ar-minum.”xx

Súlubølið á Boreray lá sovandi á reiðrunum, men ein fuglur plagdi at vera vakin og siga frá, beinanve-gin hann fekk illgruna um okkurt. Hesin fuglurin varð fyrst dripin, tí so kundu teir fara undir teir púra óvarnu fuglarnar og sláa teir við einum lítlum gassa. “Tá vit høvdu arbeitt í einar tve-ir tímar,” skrivaði George Murray í 1886, “hvíldu vit okkum, og tríggir okkara settu okkum á bera klet-tin við línu um miðjuna,

skýleysa loftið hekk yvir okkum, mánin lýsti fyri okkum, og vit hildu eina felags bøn. Ein hugtakandi løta. Havið lá og blikaði un-dir okkum, og vit prísaðu honum, sum hevði varðveitt okkum í hesum vandamikla arbeiði.” Tá vit høvdu hvílt okkum eina løtu, fóru vit undir at royta og kryvja og fáa fuglin at hanga í búru-num “the celits”, sum vóru bygd á Boreray, og sum kundi vera til matna eina aðra ferð á oynni. Tá dagur rann, vórðu fleiri hundrað súlur fingnar í bátin, og vit róðu aftur til Hirta. Á støð-ni stóðu konurnar glaðar at síggja, at allir menninir komu væl aftur, og klárar at fáa fongin til høldar, eftir at hann var býttur.

Súlan er ein stórur fuglur við eini veingjavídd millum fýra og fimm føtur, so hon kann vera rættiliga harðlig,

verður hon órógvað á reiðri-num. Hóast tær ikki tilvitað løgdu á mann, so kann ein súla geva tær eitt rættiligt slag við veingjum ella nevi, tá tær royna at flýggja. Á stóru stakkunum, Stac Lee og Stac an Armin, var altíð vandi fyri, at tú í myrkri-num kundi missa fótafesti. “Teir plagdu at fara móti nátt,“ skrivar Neil Fergu-son, “og klúgva upp í stak-kin (Stac Lee), meðan súlan lá á reiðrinum. Men har var altíð ein, sum helt vakt, og henni fóru teir fyrst eftir og snaraðu hana um krikan. So tóku teir eina fyri og aðra eftir og lótu tær lig-gja á rókini til dagur rann, so vórðu tær tveittar niður á sjógv og hentaðar upp av bátinum. Á Stac Lee stóðu menninir á einum kneysa, róptur The Casting Point, og haðani tveittu teir súlu-rnar niður til menninar í bátinum.

Tað var altíð vandamikið at lenda á Stac Lee. “Tá vit komu inn móti stakkinum,” skrivaði Lady Mackenzie í 1853, “komu í túsundtali av súlum ímóti okkum, so nógvar, at tú næstan ikki sá upp í loft. Har er onga-staðni at draga ein bát, tí stakkarnir rísa beint upp úr havi. Vit stýrdu móti einum stað, har ein jarnboltur var boraður niður í klettin, ei-nar tíggju føtur oman fyri

hægstu flóð, og úr bátinum varð ein lína við eini lykkju kastað um boltin, og bátu-rin togaður so nær, at nakrir av bestu bjargamonnunum á St. Kilda lupu í land yvir á eina smala hellu. Og so tóku teir seg spakuliga við teirra stongum við eini lyk-kju av hestahárum í enda-num, og skjótt høvdu teir fingið stórt tal av súlum.” Sum teir gjørdu við hav-hest, so nýttu teir stengur at fáa fatur á teimum óhøgli-gu fuglunum.

Tá teir vóru lidnir at taka súlu, so kundu línur og stengur goymast burtur til eitt næsta ár. Nú kundu teir tryggir fara undir veturin. Nú var nóg mikið til matna, og lýsi og fjaðrar av hav-hesti og súlu fóru at gjalda leiguna.

Teir fingu hampiligan prís fyri fjaðrar av báðum fuglum. Nógvu tíðina av nítjandu øld seldi faktorin havhestafjaðrar til ríkis-stýrið. Tá tær vóru dam-preinsaðar, so kom hvørki lús ella loppa í tær, so tær vóru væl umtóktar av her-leiðsluni. Lýsi av havhesti varð søgd at hava nógvar av eginleikunum í livralýsi. Hon varð seld inni á fast-landinum sum heilivágur. Á St. Kilda vildu teir vera við, at lýsi var góð fyri gikt, og í London og Edinburgh

LÝSI OG FJAÐRARNAR AV FUGLIHJÁLP TU TIL AT GJALDA LEIGU

12. partur St Kilda

Fyglingarmaður av St Kilda

framhald á síðu 15

Page 14: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201514

Page 15: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 15

varð lýsi seld í fløskum og mett góð móti tannapínu. “Kann nakar vísa ein mei-ra virðismiklan hentleika?” helt ein av St. Kilda fyri í átjandu øld. “Havhesturin gevur lýsi á lampurnar, dún í dýnurnar, besta lystimeti, bestu salvuna at smyrja á sár og túsund aðrar dygdir, sum ikki verður tíð at nev-na. Samanumtikið kann si-gast, at missa vit havhestin, so er einki St. Kilda.”

Í óminniligar øldir hava fólk bert kunnað livað á St. Kilda, tí har var havhestur og súla. Men ár undan ári kundi sjófuglurin yvirliva, hóast teir veiddu nógv av honum. Men hóast fuglurin er minkaður, so finst hann enn í rættiliga stórum tali á rókunum. Men maður mátti dvína og fara av St. Kilda.

Soleiðis livdu tey á

“ the croft”Á Hirta var í øldir lítil broy-ting í liviháttinum. “Hóast onnur lond eru útgjørd við eini rúgvu av marglæti,” var úrskurðurin hjá prestinum Kenneth Macaulay í 1756, “so hava tey á St. Kilda fyri at liva bara tað allar neyðu-gasta.” Trýss ár seinni skri-vaði MacCulloch tað sama: “Menninir síggja væl út og eru betur klæddir enn man-gir av teirra grannum inni á oyggjunum; teir síggja út til at hvíla í sjálvum sær og taka viðurskiftini, sum tey koma, bæði tá tað kemur til klæði og mat.” Eisini tá tað kemur til nítjandu øld, tá viðurskiftini versnaðu fyri tey á St. Kilda, skri-vaði John Ross: “Sum heild liva fólkini væl, men tað, sum manglar, er eitt størri fjølbroytni í mati og mei-ra grønmeti. Ein maður av Skye, sum hevði verið á oynni fleiri ferðir og av og á

leingi, segði mær hesa me-ting. “Tey hava fingið bestu føðina, síðani tey komu úr Merkiliga høgi livifóturin stavaði frá sjófugli. Hann gav teimum mesta av tí, teir høvdu tørv á, og síðani gav hann eigaranum, MacLeod of MacLeod, leigu við vin-ningi, so hann var ofta ikki smáligur við sínar fjarskot-nu leigulendingar. Tað av-markaða lendið á Hirta var ongantíð nøkur inntøkukel-da. Teir máttu arbeiða hart fyri at fáa tað mest neyðuga burtur úr veltingini, men hóast teir brúktu meira tíð at dyrka enn í bjørgunum, so var úrslitið soltið.

Fólkini sóu tó út til at hava tað hampiligt, men bygdin á Hirta í seytjandu øld sá fyri ein uttanífrá koman-di rættiliga visalig út. Eitt hundrað og áttati fólk búðu á oynni, sigur Martin Mar-tin, í fimmogtjúgu myrkum

húsum. Húsini vóru laðað upp av gróti, takt við flag og strá og lógu oman fyri núverandi bygdina, heldur vestan fyri Village Bay. Tú legði merki til, at húsini lógu soleiðis, at tey fingu sum mest av sólini, og at lendið var rættiliga turt, og tað setti væl undan. Har fekst frægasta lívdin: fjøl-lini, sum lógu aftan fyri tey spjaddu húsini, vardu fyri norðan- og vestanvin-dinum, og sunnara herðan av Oiseval tók tað mesta av eysturættini.

Inni í húsinum var alt svart av sóti, og luftin var tung av roykinum av slavnum torvi. Har vóru eingi vindeygu og eingin skorsteinur. Eldurin var á miðjum gólvi, og royku-rin slapp bert út gjøgnum lágu dyrnar. Har var lítið av møblum – og hjá oyg-gjabúgvunum gekk mesta tíðin við at eta og sova á

gólvinum. Hvør familja átti einar kvarnarsteinar, ein holustein nevndur clach shoule, sum varð brúktur sum lampa og ein cragan, eitt ílat gjørt úr brendum leiri og nýtt at kóka í. Eina-sta ljósið var í calch shou-le: holusteinurin fyltur við havhestalýsi og við einum torvmola sum veiki. Hvørt hús hevði eisini eina vat-nkrukku, sum varð nýtt at bera vatn úr teim mongu løkunum, sum runnu oman úr haganum. Harafturat ei-nar tvær skálir at drekka av.

Hóast tað, so var onkur fyrimunur við hesum svør-tu húsum. Har var altíð vindur á Hirta, men tjúkku veggirnir vardu móti duni og sjóði frá honum. Veg-girnir vóru eisini soleiðis laðaðir, at teir vóru tættir, so hvørki væta ella trekkur kom inn, og tí var turt inni; so svarta húsið hevði ikki nakað ringt árin á heilsuna

hjá einum fólki, sum mest baldist uttandura.

Um veturin vóru um-støðurnar minni íheim-ligar. Eins og grannarnir á Vesturoyggjunum, so máttu teir í teirra lítillátna húsi búgva saman við ney-tunum, so tey ikki skuldu farast í kulda. Hóast hetta ikki var tann mest heil-sufrøðiliga skipanin, so hevði hon sínar fyrimunir. Umframt at neytini góvu hita, so vóru tøðini, sum vórðu turkað á gólvinum, av stórum virði.

Framhald í næsta blað

Boreray,

framhald av síðu 13

Page 16: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201516

Page 17: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 17

JenisAV R A N A

Bi l lJ U S T I N U S S E N

KarstinH A N S E N

V I T V E R J A V I R Ð I N IE I S I N I Á F Ó L K A T I N G I

krea

Page 18: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201518

Tað stendur ræt-tuliga klárt eftir tær báðar fyrstu FM stevnurnar, at Klaksvíkar Róðrarfelag(KRF) fer í øllum fø-rum at stríðast í toppinum í tve-imum av báta-støddunum.

Jákup Ósá

Eftir tvær stevnur hava bæði 6-mannafarið við monnum,

Páll Fangi, og 10-mannafa-rið Klaksvíkingur vunnið ein róður. Kappingin í od-dinum tykist hørð og spen-nandi, tí fleiri bátar blanda seg. Hjá KRF luttaka eisini Tekla við barnaróðri hjá dreingjum og Fípan Fagra við 5-mannaførum hjá gen-tum. Tekla endaði nummar tvey seinast, meðan Fípan Fagra endaði nummar fýra.

Páll Fangi klárar seg betri enn væntaðTað kom óvæntað á tey al-larflestu, at Páll Fangi vann á Norðoyastevnu. Tí man-ningin hevur ikki nógvar royndir, har teir flestu rógva kapp fyri fyrstu ferð. Sum skilst hevði manningin sjálv heldur ikki væntað, at tað skuldi ganga so væl.

Á Sundalagsstevnu leygar-dagin vann Páll Fangi ak-kurát ikki, men teir umborð fingu víst, at tað ikki bara var av tilvild, at teir vunnu á Norðoyastevnu. Tí ben-dur alt á, at Páll Fangi fer at standa seg í kappingini í ár og kanska enntá stríðast um FM til tað seinasta. Tvørabáturin vann seinast og liggur nú ájavnt við Páll Fanga í FM kappingini.

Klaksvíkingur í kendum leiklutiKappingarárið hjá Klaks-víkingi higartil í ár minnir nógv um fleiri av hinum árunum, tá báturin hevur róð. Tað byrjar ikki so væl á Norðoyastevnu, men so kemur eitt aftursvar, ið vil nakað. Stórur munur var

á Klaksvíkingi á teimum báðum fyrstu stevnunum, og nú hevur nýggi Klaks-víkingur vunnið ein róður samstundis sum Drekin Reyði hevur roynt at ‘’tapt’’ ein róður. Tað var sera tætt í Kollafirði seinast og aft-anfyri hesar báðar bátarnar eru eisini Havnarbáturin og Ormurin Langi, sum ikki

hava verið so langt aftanfy-ri, at teir ikki kunnu blanda seg á rætta degnum. Søgan hjá Klaksvíkingi sigur, at manningin gjøgnum sum-marið mennist í hvørjum, har úrslitini sum oftast blíva meir og meir sannfør-andi. Spennandi verður at síggja, um tann siðvenjan heldur fram í ár.

Leygardagin verður FM kappróður á Fjarðastevnu á Strondum.

PÁLL FANGI OG KL AKS-VÍKINGUR STRÍÐAST UM FM

Í garðinum hjá ommu grøreitt vakurt nálatræ;

tað upp úr dimmu, kørgu jørðfær megi dag um dag.

Tað veksur nakað ár um ár - nú javnt við hjallin er;

tað summar, heyst - ja, vetur várein grønan búna ber.

- Tveir smáir fuglar hetta trætil heim sær hava valt -,

tað segði abbi mær í dagum fuglar veit hann alt.

Og reiðrið er so snøgt og fínt -ja, strá lagt upp á strá

og væl við sevjublandi klínt, eitt listaverk at sjá.

- Tá bøgan hevur vorpið máhon bøla vikur tvær,

út ungarnir fyrst koma tá -tað segði abbi mær.

- Og steggin er í góðum lag,tað sæst: hann gleðir seg.

Hann hevur sungið allan dag,tað sama geri eg -

- Í fjør - tað segði omma mær,- tá ið eg fór í song

tá tók ein ketta ungarnarav tí hon var so svong -.

Tá syrgdu smáu fuglarnirog sungu ikki meir -

og abbi gekk so tigandi,hann syrgdi eins og teir.

Um tú vilt síggja ungarnarog hoyra fuglasong,

tá mást tú geva kettuniso hon ei gongur svong.Ja, dagliga hon fáa má

so fuglurin fær frið - teir hjartans glaðir syngja tá,

og tú skalt syngja við.

Eyðun

Kvørkveggjurnar

Húsini á Bøgøtu 54 í Klaksvík til Sølu

Áhuga kunnu ringja á tel. 215331

Hús í Klaksvík til sølu

Page 19: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 19

AVSLÁTTUR VERÐUR IKKI LATIN AV GÁVUKORTUM OG VØRUM IÐ LONGU ERU NIÐURSETTAR

SPORT 24 – KLAKSVÍKSVEGUR 10 – 700 KLAKSVÍK – TELEFON 470 470SPORT 24 – SJÓGØTA 29 – 800 TVØROYRI – TELEFON 370 370

TILBOÐINI ERU GALDANDI FRÁ MIKUDEGNUM 17. JUNI 2015 TIL OG VIÐ LEYGARDAGIN 20. JUNI 2015FYRIVARNI VERÐUR TIKIÐ FYRI VILLUM OG ÚTSELDUM VØRUM

ØLL VØRA

-20%

Page 20: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201520

SUMMARgleði sunnudags-skúlafestivalurin, ið var hildin í Klaksvík longsta dag í fjør, er aftur á skránni og verður nú leygardagin 20. juni.

Við stórari og rúgvusmik-lari skrá, frá kl 10.00 til 17.30, við tónleiki, skemti, singi við, leiki, setan, dan-si og mongum øðrum, er økið millum skúlarnar í Klaskvík og skúlagarðurin á Ziskatrø karmur um hetta stóra og spennandi famil-jutiltakið.

Við barnakórinum í Be-tesda, Dansibólki úr Sørvá-gi, vælumtóka og skemtili-ga Magna Christiansen, umframt Klovnin BUBU,

Baloney og gyklaranum Ásbjørn, er lagt upp til ein sera spennandi dag.

Umframt djóragarð, matsølu, hoppiborgir, sløk-kiliðsbil, sjúkrabil, mega stórt fótbóltsborð - við li-vandi fólkum, er okkurt til øll, ið leita sær til SUM-MARgleði.

SUMMARGLEÐI

Page 21: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 21

Page 22: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201522

Árni Frederiks-berg og Hans Pauli Samuel-sen eru leika-rarnir í føroysku kappingini, sum hava lagt upp til flest mál higartil í ár.

Jákup Ósá

Eins og vanligt, so dagførir Norðlýsið listan við uppleg-gum í Effodeildini. 15 um-før eru leikt og nú eru tveir leikarar á deildum fyrsta plássi. Talan er um leikarar, sum seinnu árini hava myn-dað toppin, so heilt óvæn-tað er hetta ikki. Í topp 8 er mest óvæntaða navnið kan-ska 18 ára gamli Jóannes Bjartalíð úr KÍ, sum spælir sítt fyrsta kappingarár í be-stu deildini. Í fjør legði Lu-kasz Cieslewicz upp til flest mál. Hann er trý upplegg frá 1. plássinum í løtuni.

8 uppleggHans Pauli Samuelsen

(B36)Árni Frederiksberg (NSÍ)

7 uppleggJann Martin Mortensen (NSÍ)

6 uppleggJóannes Bjartalíð (KÍ)Súni Olsen (Víkingur)Magnus H. Olsen (NSÍRógvi Joensen (TB)Høgni Madsen (FC Suðuroy)

5 uppleggFinnur Justinussen (Víkingur)Lukasz Cieslewicz (B36)Andreas L. Olsen

(Víkingur)Einar Tróndargjógv (NSÍ)Ari Ó. Ellingsgaard (ÍF)

4 uppleggFróði Benjaminsen (HB)Jákup á Borg (B36)Kenan Hajdarevic (KÍ)Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)Klæmint A. Olsen (NSÍ)Magnus Egilsson (AB)

Klæmint skotið flest mál Tað er framvegis Klæmint A. Olsen úr NSÍ, ið hevur skotið flest mál í Effodeil-dini. Tveir álopsleikarar hjá Víkingi hótta hann mest.

16 málKlæmint A. Olsen (NSÍ)

11 málFinnur Justinussen (Víkingur)

10 mál Andreas L. Olsen (Víkingur)

8 mál Albert Adu (TB)

7 mál Arnbjørn T. Hansen (HB)Hans Pauli Samuelsen (B36)

6 mál Levi Hanssen (HB)Lukasz Cieslewicz (B36)Páll A. Klettskarð (KÍ)

5 mál Ibrahima Camara (B36)Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy)Mamuka Toronjadze (FC Suðuroy)Árni Frederiksberg (NSÍ)Jónhard Frederiksberg (NSÍ)Jákup á Borg (B36)

ÁRNI OG HANS PAULI Á ODDA

KÍ HELDUR OF TAST MÁLIÐ REINTHjá KÍ eru tekin um, at tað gongur framá í ár á ymiskum økjum. M.a. bendur nógv á, at verjupælið sum heild er betri enn seinnu árini.

Jákup Ósá

Á Norðoyastevnu spældi KÍ 0-0 javnleik móti ÍF. Eitt úrslit, sum klaks-

víkingar ikki vóru nøgdir við, tí KÍ hevði teir báðar einastu stóru møguleikar-nar, ið vóru í dystinum. Men teir í KÍ kunnu fegnast um, at liðið einki mál lat inn. Og tað var 5. ferð í ár av 15 dystum, at KÍ einki mál lat inn. Einki lið í Effo-deildini hevur hildið málið – í Onglandi kalla teir tað ‘’clean sheet’’ - so ofta reint í ár.

Listin yvir at halda málið reint í Effodeildini sær soleiðis út:5 dystir: KÍ4: NSÍ, B36 og HB3: Víkingur og ÍF2: TB og AB1: FC Suðuroy

Page 23: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 23

trygging.fo

Set teg í samband við okkum á telefon 345 600ella [email protected] og tekna ferðatrygging í dag.

ÁRSFERÐATRYGGING

Far bara -vit fylgja tær enn betri

Vit hava dagført Ársferðatryggingartreytirnar, soleiðis at okkara ferðatrygging nú er tann besta í landinum!

Vit dekka nú eisini seinkaða fráferð úr Føroyum. Upphæddin er farin úr 700 kr./pr. dag í 1.000 kr./pr. dag. Tað sama er galdandi fyri seinking heim aftur til Føroyar.

Um tú leigar bil uttanlands, dekka vit nú sjálvsábyrgdina, skuldi tú verið fyri óhappi.

Vit dekka nú eisini, um tú ikki kanst fara at ferðast uttanlands av tí, at eitt nú fótbóltsdysturin ella konsertin verða avlýst ella um tú t.d. fært skaða í beinið og tí ikki fært staðið á skíðum ella runnið maraton.

Mest loyvda ferðatíðarskeiðið er hækkað úr 42 døgum upp í 50 dagar pr. ferð.

Vit dekka sjúku við kr. 1.500/ pr. dag - eisini um tú bara ert sjúk/-ur í ein dag á ferðini.

Somuleiðis dekka vit nú fyri skeiva læknaliga viðgerð á ferðini, yvirgang, gíslatøku, leiting og bjarging.

Fleiri endurgjaldsupphæddir eru harumframt munandi hækkaðar.

Her eru nøkur dømi um, hvussu okkara Ársferða trygging er vorðin enn betri fyri teg:

Soleiðis ert tú nú enn tryggari við okkum á ferðini!

Page 24: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201524

Høgni Høgnesen, stjóri á Blikks-miðjuni, er eisini royndur frosk-maður. Saman við vinmonnu-num John Ivar Venned, Jógvan Kjølbro, Leivur Borðoy og Árna Absalonsen gjørdi hann fleiri vitjanir niður á Britons Pride, ið sakk eystantil við Klakkin í 1967. Hesir fimm vóru eisini stovnarar-nir av Klaksvíkar Froskmannafelag. – Tað einu ferðina var um reppið at Høgni ikki kom livandi frá einum froskman-natúri umborð.

Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri nát-túruni og havi stund um stund hugsa nógv um nát-túruviðurskifti.

Minnist at eg sum ungur, mangan sat á bakkanum á Borðoyarvík og hugsaði um lívið á botninum og inni við taraskógvin. Kundi ikki lata vera við at hugsa um hvussu lívið har mundi síggja út.

Mín áhugi fyri náttúruni mundi helst vera drívme-gin, ið fekk meg at fanga eina lýsing í einum blað, sum eg fann umborð á Sjúrðarbergi. Hetta var eitt norskt blað, har søkt var eftir næmingum at koma á eitt froskmannaskeið.

Eg og Árni Absalonsen hingu saman í okkara ungu døgum, og tað var ikki mei-ra enn hálvtalað orð okkara

millum, so vóru vit fúsir at fara yvir til Noregs at royna okkum.

Hetta var bert eitt stutt skeið til frítíðarfrosking, sum vardi í umleið eina viku. Tað gekk væl hjá ok-kum á skeiðnum. Eg min-nist at Árni Absalonsen gjørdist bestur á skeiðnum.

Heimafturkomnir bestil-tu vit útgerð niðri frá. Eg minnist at vit í felag skuldu taka eitt lán fyri at keypa ein kompressara, ið kundi fylla fløskurnar hjá okkum. Men tað var ikki bara sum at siga tað, bankarnir báðir søgdu nei, men Sparikassin játtaði. Talan var um 6.000 krónur, sum vit allir skuldu kavtionera fyri.

So fóru vit í gongd. Fyrst vandu vit okkum og dyk-kaðu ymsastaðni á Borðo-yarvík, Klaksvík, á polli-num og annars alla staðni fram við landi har vit hæt-taðu okkum.

Smátt um smátt byrjaði eisini boð at koma eftir ok-kum at gera arbeiði undir vatni á skip, so sum at skera av skrúvum og annað.

Eg arbeiddi sum frosk-maður í eini 18 ár, og stun-dum hevði eg góða inntøku av tí.

Pride søkkurÍ 1967 søkkur ferðaman-naskipið ”Brittons Pride”, ella Pride, sum hann varð

kallaður. Skipið søkkur vestantil á Klakkinum eftir at hava siglt á land. Pride stendur nakrar dagar, men søkkur so spakuliga niður eftir helingini undir Klak-kinum. Fyrst eitt petti niður og síðani til endan niður á slætt. Har sum Pride tá lá, er um 20 metrar dýpi.

Vit froskmenninir í Klaksvík gera nakrar túrar umborð á Pride, eisi-ni áðrenn skipið er komið heilt niður á botnin.

Fara ein hugnatúrEin vakran morgun fara eg og Jógvan Kjølbro ein stuttleikatúr at dykka niður á Pride. Jógvan hevði sjálvandi gott samband við Kjølbrofyritøkuna, íð átti ferjuna Selin, so tað var leyst og liðugt at lána ferju-na, so vit báðir avstað.

Vit dykkaðu av Selinum og funnu Pride. Tað vóru einir átta metrar niður á mastratoppin, og vit gjørdu

ikki matari enn at vit bundu Selin fastan í mastratoppin á Pride og so dykkaðu vit báðir niður á skipið.

Sum eg segði í framma-nundan, so stóð skipið fyrst fast í sjóvarmálanum. Tá vit nú dykka niður, síggja vit at nógv ymiskt av skipinum liggur niður eftir hellingi-ni, so sum maskinlutir og annað. Nógv er brotnað av skipinum á veg niður.

Niður í kahyttuna

Vit svimja báðir fra, við skipinum og fara inn ymsa staðni. Afturi undir bak-kanum er ein kappi sum er niðurgongdin í kahyttuna.

Eg gerið tekin til Jógvan um, at eg fari niður. Tað ber ikki Jógvani til at koma við, tí kappin er smalur, og Jóg-van hevur tríggjar fløskur á bakinum og er tí ov breiður, ímeðan eg bert havi tvær fløskur á bakinum.

Tað er bølamyrkt niðri í kahyttuni. Eg havi eina lykt

INNISTONGDUR Í K AHY T TUNIÁ 20 METRA DÝPI

Brittons Pride við bryggju í Oyndarfirði

Høgni Høgnesen við Klakkinum í baksýni

Page 25: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 25

við mær og svimji spaku-liga og forvitnist runt í kahyttuni.

Einaferð síggi eg nakað í eini koyggju. Hetta líkist mest einum sekki. Eg háli hetta út úr koyggjuni og kryvji sekkin.

Tá varnist eg, at hetta er ein gummibátur. Eitt sindur av luft er í honum, og tí flot-nar hann beinan vegin upp undir dekkið.

Haldi at eg hugsaði, at eg heldur mátti taka hetta upp við mær at vita, um hetta er nakað vit kundu brúka til eitthvørt.

Endar hanga sum travsur niður úr gummibátinum, so eg fari upp í kappan og gevið Jógvani ein enda at hála í. Sjálvur fari eg niður aftur at skumpa undir gum-mibátin.

Jógvan hálar og eg trýsti, men einaferð, so vil gum-mibáturin ikki longur. Nú má okkurt annað gerast. Eitt skylett er í kahyttuni, so eg svimjið upp undir skaylettið at vita um eg kann lata tað upp. Men nei, tað er afturlatið so, at tað krevjast amboð at lata tað upp aftur, so her er onki at gera.

Nú er eisini vorðið so myrkt niðri í kahyttuni. Svimjingin hjá mær hevur gjørt at nógv dust er komið upp, so lyktin maktar lítið og onki og eisini finnið eg nú útav at eg havi mist knívin. Nú eru góð ráð dýr. Eg eri innistongdur á 20 metrar dýpi.

Men panikkur kenur ikki á meg. Eg hugsi meg væl um. Rokni út, við stuttari høvuðrokning, at eg havi luft eftir í fløskuni til um-

leið ein hálvan tíma, so her má berast skjótt at.

Eg sá mær bert ein mø-guleika, og tað var at royna at trýsta meg upp ímillum leydaran og gummibátin, ið var stúvaður fastur í kap-panum og fekst hvørki upp ella niður.

Jú, tað gekk fínt í byrja-nini. Eg trýsti ryggin ímóti gummibátinum og gekk nøkur fet upp. Men so varð fast. Fløskurnar, sum eg hevði á rygginum høvdu fløkt seg fastar í endarnar á gummibátinum.

Her var bara eitt at gera, tað var at loysa spennið til fløskurnar, hála tær framum og greiða fløkju-na tær høvdu vavt seg inn í. So at grulva víðari upp,

við fløskunum í hondu-num frammanfyri og halda mundstykkinum fyri mun-nin, so eg fekk luft ímeðan eg arbeiddi meg upp.

Tað gekk. Eg fekk høvdið upp úr kappanum. Jógvan, sum hevði bíða omanfyri og sum óivað kendi álvaran í støðuni, var skjótur at hjál-pa mær. Hann tók tó fyrst í slanguna til mundstykkið og reiv tað frá mær. Men tað var eg skjótur at fáa fatur á aftur, og so hálaði hann meg upp. Jógvan var ógvuliga væl fyri kropsliga og sterkur.

At enda slapp eg soleiðis upp úr kahyttuni á Pride. Hetta var seinasta ferðin at vit dykkaðu umborð á ski-pið. Eg havi seinni leitað

eftir Brittons Pride tó uttan at tað hevur eydnast mær at funnið skipið aftur.

Ein onnur vandaferð,sum froskmaðurKristin Joensen, ella Kristin hjá bedingsmeistaranum, sum vit kallaðu hann, var umboðsmaður hjá eingil-sku trolarunum, ið tíðum vitjaðu inn á Klaksvík. Tað kom ofta fyri at hann ringdi eftir mær at koma at skera av skrúvum og tílíkum un-dirsjóvararbeiði, sum trola-rarnir høvdu tørv á.

Eitt kvøldið ringir Kristin og biður meg koma at skera av ein skrúvu. Eg minnist ikki hvussu trolarin at, teir itu so ymiskt, Milwood, Red Crusader og aðrir.

Nógvir enskir trolarar eru inni hetta kvøldið, teir lógu fleiri uttaná hvørjum øðrum, eg haldi at einir 12 lógu við kaj tað kvøl-dið. Kristin er umborð. Tað gongur long tíð og hann ke-mur ikki í land, so eg gerið av at fara útí. Eg síggi at bá-turin er skal til liggur sum nummar trý.

Útgerðin vit høvdu tá, var soleiðis háttað, at tú kun-di ikki hava brillurnar og mundstykkið á tá tú leyp útí av kajuni. Tí hevði eg tað í hondini og koyrdi tað so uppá tá eg var útíkomin og byrjaði at svimja undir vatni út til trolaran. Eg taldi skrúvur ímeðan eg svam.

Men komin út til tann bátin, sum eg helt vera nr.

3, síggi eg at har er als onki á skrúvuni. Fari tí upp at hyggja og síggi, at eg havi svomið ov langt. Báturin eg skal til liggur beint innan-fyri.

Eg eri ikki meira enn byrjaður at skera, tá hin báturin, ið er var hjá í áni bakkar frá og fer av Vágni.

Her kundi eisini verið ein galin endi, um eg bert var fáar minuttir fyrr til skrúvuna.

Høgni Høgnesen smílist ímeðan vit báðir práta. Hetta eg nú havi sagt fyri tær er frá pionertíðini hjá froskmannafelagnum í Klaksvík.

Vit fimm, sum eg her nevndi, Jógvan Kjølbro, Leivur Borðoy, Árni Ab-salonsen, John Ivar Venned og eg sjálvur, stovnaðu tá Klaksvíkar Froskman-nafelag. Eg meini ikki at nakar hevði roynt hetta áður her norðuri, tó var eitt froskmannafelag í Havn.

Frálæran, sum vit høvdu fingið í Noregi var sjálvan-di ikki ætlað yrkiskavarum, tí hetta var bert eitt stutt frítíðarkavaraskeið vit vóru til úti á einum lítlum skeri á Oslofjørðinum.

Útgerðin var heldur ikki tann sama, sum froskmenn hava ídag, men vit livdu við tí og eg má siga fyri meg, at eg havi havt nógvar min-nisríkar løtur undir vatns-korpuni. Har er ein verð, sum í veruleikanum má up-plivast, sigur Høgni Høgne-sen at enda.

Vinstrumeðin Klakkurin. Beint verstanfyri sýnina fór Pride á land.

Enskir trolara og onnur skip við kai í Klaksvík

Page 26: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201526

KOM OG LES

FRAMLEIÐSLUTØKNIÁ TEKNISKA SKÚLA Í TÓRSHAVN

STYRKILÆRA

INNOVATIÓN

LEIÐSLA OGSAMSTARV

VIRKISVITJANIR PRA

KTI

KK

PRO

JEKT

LEIÐ

SLA

3D TEKNING

UTTANLANDAVERKÆTLANAR-FERÐIR

Byggitøkningur:Byggitøkningurin (Bygge tekn ik-er en) er persónurin, sum millum annað leggur til rættis, hevur eftirlit við byggiprojektum, teknar og roknar út. Byggitøkningur ráðgevur í samb. við bygging, og er bindilið millum hand verkarar, verkfrøðingar, arkit ektar og entreprenørar. Byggitøkningur starvast sum millum-/byggileiðari, í byggiumsitingum, ráðgevandi virkjum v.m. Útbúgvingin tekur 2 ár.

Útbúgvingin er býtt í 4 lestr ar -hálv ur. Tær fyrstu 3 lestrar hálv-urnar verður arbeitt í bólkum.

Í fjórðu lestrarhálvu verður ar-beitt sjálvstøðugt við endaligari verkætlan.

Bachelor:Eftir lokna útbúgving er møgu-ligt at lesa víð ari til Byggi frøð ing (Bygn ings kon strukt ør) í Dan mark,

útbúgvingin tekur nú 2 ár (4.-7.sem).

Eftir at vit hava fingið sam starvs­avtalu í lag við VIA University College í Dan mark, er møguligt hjá næm ingunum at taka tað sein asta árið (6. og 7.sem) av bachelorútbúgvingini í Før oy-um. Fyrsta hálva árið (6.sem) eru næmingar í starvsvenjing hjá einari við kom andi fyritøku, og tað síðsta hálva árið (7.sem) verður endaliga verkætlanin (Bachelorprojektið) gjørd. Næm ingarnir fáa vegleiðarar frá TST. Endaliga próvtøkan fer fram í Føroyum við donskum og føroyskum próvdómarum.

Master:Eftir lokna bachelorútbúgving ber til at taka eina masterútbúgving í Danmark, masterútbúgvingin tekur 2 ár.

FRAMHALDSÚTBÚGVINGAR á Tekniska Skúlanum í Tórshavn

Í Føroyum eru góðir møguleikar at nema sær eina útbúgving, sum gevur førleikar til vinnuna, ella sum leggur grundarstøðið fyri víðari útbúgvingum í Danmark innan tekniska økið - sum PBA (Professionsbachelor) og Master.

Tekniski Skúlin í Tórshavn bjóðar út tvær framhaldsútbúgvingar í august 2015. Talan er um Framleiðslutøkni og Byggitøkni.

SEINASTA FREIST AT SØKJA ER 22. JUNI.

KOM OG LES

BYGGITØKNIÁ TEKNISKA SKÚLA Í TÓRSHAVN

Framleiðslutøkningur:Framleiðslutøkningurin (Produk-tionsteknolog) er bindilið millum vitan og vinnu. Útbúgvingin er sett saman av fyrilestrum, uppgávuloysnum, virkisvitjanum og verk ætlan ararbeiði. Reyði tráðurin er verkætlanararbeiði í tøttum samstarvi við føroyskar fyri tøkur. Undir útbúgvingini sleppa næmingarnir at royna seg í vinnulívinum, arbeiða við veruligum verkætlanum, sum í fleiri førum verða gjøgn umførdar og brúktar av fyritøkum og virkjum. Útbúgvingin tekur 2 ár.

Víðari lestur:Eftir lokna útbúgving eru møgu-

leikarnir fyri víðari lestri sera góðir.

Bachelorútbúgvingar:• Design og Business, varir 1½ ár • Produktudvikling og Teknisk Integration, varir 1½ ár • Teknisk Manager Offshore, varir 2 ár

MasterEftir lokna bachelorútbúgving ber til at taka eina masterútbúgving

VerkfrøðiMaskinverkfrøðing, eitt ár góðskrivað

LES MEIR Á TST.FO

Page 27: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 27

Talið av børnum í fátækraváða er framvegis yvir 1300, og støðan hjá teimum er versnað seinastu árini. Tað er eisini sera óróg-vandi, at talið av børnum í veru-ligum fátæk-radømi støðugt er vaksandi.

Nýggju tølini frá Hagstovu Føroya fyri fólk í fátæk-raváða, vísa, at 4.829 før-oyingar høvdu í 2013 eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Talið av føroyingum í fátækraváða er frá 2010 til 2013 vaksið við 825 fólkum, og enn eru 1308 børn, sum liva í famil-jum í fátækraváða.

Talið av børnum sum liva í veruligum fátækradømi er vaksið við 24% í tvey ár. Hetta eru børn, sum hava livað undir fátækramarki-num í 3 ár ella meira.

Tað er serliga hjá støkum uppihaldarum, har yngsta barni er undir 5 ár, at vøks-turin er sjónligur – tølini fyri henda bólk eru vaksin eftir einum árið úr 59,5% upp í 68,4%.

Gongdin har fleiri kvin-nur enn menn eru í fátæk-rváða, heldur fram og vek-sur. 11,5 % av kvinnunum eru í fátækraváða, meðan 9,1% av monnunum eru í fátækraváða.

Parlagsstøðan hevur ei-sini stóran týdning fyri, um tú endar í fátækraváða. 68,4 % av støku uppihalda-runum, har yngsta barni er yngri enn 5 ár, eru í fátæ-kraváða, meðan 9,9% av pørum, har yngsta barni er yngri enn 5 ár, eru í fátæk-raváða.

Í tølinum frá hagstovuni síggja vit somu ábendingar sum undanfarin ár. Støðan hjá teimum bólkum, sum eru ringast fyri fíggjarliga

stendur við og versnar. Tað sum avgerð, um tú endar í fátækt er framvegis aldur, kyn og parlagsstøða.

BarnafátækradømiveksurTá eitt barn hevur livað un-dir fátækramarkinum í 3 ár, er talan ikki longur um at liva í fátækraváða, tá er talan um at liva í veruligum fátækradømi. Tað sum er ógvuliga álvarsamt er, at talið av hesum børnum er í vøkstri.

Í 2011 vóru 359 børn, í 2012 386 børn og í nýggjastu tølunum frá hagstovuni, er talið á bør-num, sum liva í veruligum fátækradømi, komið uppá 444 børn.

Gransking vísir á, at sjálvt stuttíðar-fátækradø-mi hevur neiliga ávirkan á menningina, uppvøksturin og framtíðar møguleikarnir hjá børnum. Longri børnini og familjurnar liva í fátæk-radømi, truplari er at koma burturúr støðuni, og stør-ri eru avleiðingarnar fyri bæði børn og vaksin.

Hóast hesa vitan, hevur politiski myndugleikin í áravís latið staðið til og bert hugt at, meðan talið av langtíðarfátøkum børnum er vaksin við 24%

Um hugt verður at støðu-

ni hjá børnum í fátæk-raváða sæst, at tey skulu hava eitt munandi lyft í húsarhaldsinntøku, fyri at tey skulu koma burtur úr fátækraváðanum. Brekkan er vorðin brattari hjá he-sum børnum í 2013 í mun til árið frammanundan, tí inntøkugloppið veksur og tað merkir, at vegurin hjá teimum at koma uppum fátækramarkið, er vorðin longri. Sama er galdandi fyri stakar mammur í fátæ-kraváða, har yngsta barni er undir 5 ár og pør við bør-num.

Hetta er ein ógvuliga ne-ilig gongd.

Tølini talaVit síggja hvørja viku í ok-kara arbeiði familjurnar, sum liva handan tølini hjá Hagstovuni.

• Familjur sum enda í armóð, tí sjúka rakar. Sjúkradagpeninginalógin er als ikki nøktandi fyri fa-miljur, sum verða raktar av langtíðarsjúku s.s. krabba-mein, tunglyndi o.s.fr.

• Familjur sum verða heimleysar, tí tey megna ikki høgu húsaleiguna har tey búgva. Vit hava ongar bíligar leigubústaðir til fa-miljur við fleiri børnum.

• Familjur sum hvønn mánað ikki fáa tøka pe-

ningin at røkka til mat. Inn-tøkan er snøgt sagt so lág, at hon røkkur ikki til mat í ein heilan mánaða.

• Harðskapsraktar kvin-nur, sum hava trupult við at fóta sær fíggjarliga. Oftani fáa tær onki við sær, tá tær mugu rýma við børnum, og vit hava í seinastuni hjálpt fleiri kvinnum við gávukortum til mat, har hjúnarskilnaðurin dregur út og tær koma tí ómetali-ga illa fyri, tí tær fáa hvørki barnapening, barnaískoy-tið ella aðra hjálp. Nógvar av hesum kvinnum standa púra á berum.

Børnini onki trygdarnet Í øllum hesum familjum eru børn, sum hvønn geran-disdag merkja og mugu liva við teimum avleiðingum og tí ótryggleika, sum ein fíg-gjarliga trongstøða hevur við sær.

Hvar er trygdarnetið hjá hesum børnum, tá sjúka, skilnaður ella aðrir trup-ulleikar raka familjuna og fíggjarstøðuna?

Í Føroyum hava vit onga lóg, sum tryggjar børnum sømilig kor. Ongar áse-tingar eru, hvørki í okka-ra almannalóggávu ella í okkara barnaverndarlóg-gávu, sum heimilar t.d. at hjálpa eini barnafamilju,

sum vegna sjúku ikki eigur fyri mat. Tí mugu hesar fa-miljur liva og yvirliva við hjálpa frá sínum nærmastu, samkomum og sjálvbod-num felagsskapum.

Hava rópt varskóVit settu okkum í samband við landsstýriskvinnuna í almannamálum í 2013, har vit sendu henni eina frágreiðing um støðuna hjá hesum børnum og famil-jum teirra, og róptu varskó, tí støðan hjá nógvum av he-sum børnum, var út av lagi vánalig. Men vit frættu on-gantíð nakað aftur og onki er hent, sum lyftir hesi børn úr fátækradøminum.

Nú veit eg av royndum, at at landsstýriskvinnan fer at vísa á, at hon hevur økt barnaískoytið við 9 kr um dagin til hesi børn, men tað munar alt, alt ov lítið hjá hesum familjum. Tí tað skal ein størri upphædd enn tað til, at lyfta tey úr fátæk-radøminum.

Nýggjast átakið frá landsstýriskvinnuni, við at hækka loftið fyri frípláss, hjálpur heldur ikki hesum familjum, tí tær hava so mikið lága inntøku, at tær longu hava frípláss til bar-naansing.

Hækkingin sum var framd í forsorgarveit-

ingunum til forsyrgarnir í 2013, sær heldur ikki út til at muna hjá familjunum í fátækraváða.

Skal munur verðaá børnum?Áðrenn løgtingið fór í sum-marfrí, feldi samgongan uppskot frá andstøðuni um serligt barnaískoytið til tey børnini, sum eru harðast rakt av fátækradø-mi. Uppskotið kundi verði ein ómetaliga góð hjálp, og kundi verði avgerðandi munurin, um ráð er til eina heita máltíð hvønn dag, ella um ráð er at halda ein barnaføðingardag ella ikki. Men samgongan feldi up-pskotið og tí bíða hesi børn enn.

Løgmaður lovaði í við-gerðini av uppskotinum, at ein bólkur skuldi setast. Hesin bólkurin er farin til verka í vikuni. Hesin ból-kur hevði aldrin sæð dags-ins ljós, um ikki sjónvarps-sendingin ”Við hjálp frá góðum fólki” vísti, hvussu børn í fíggjarliga sperdum familjum liva. Ongin ivi er um, at um Miðlahúsið við átakinum”Meðan vit bíða” ikki hevði lagt eitt trýst á politisku skipanina, so var onki hent.

Út frá teimum royndum vit hava gjørt okkum í ok-kara arbeiði, seinatu 6 árini kunnu vit staðfesta, at fátæ-kastu børnini í Føroyum hava ongan góðan átt, mil-lum tey sum rátt hava fyri borgum seinastu árini.

Áðrenn hagstovan byr-jaði at framleiða tøl fyri 5 árum síðani, var undan-førslan hjá politisku skipa-nini, at tað bar ikki til at gera nakað. Tí tøl og vitan manglaðu. Aftur og aftur settu tey spurnartekin við, um nakar í heila tikið var fátækur í Føroyum.

Nú hava vit øll tølini og tað vitan, sum skal til fyri at gera nakað. Hendir onki eftir Ólavsøku, so er tað tí at samgongan tilvitað he-vur avgjørt, at í Føroyum SKAL munur verða á bør-num.

Annlis Bjarkhamar

BARNAFÁTÆKRADØ MI:STENDUR VIÐ OG VERSNAR

Page 28: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201528

Page 29: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 29

Taka vit antin 9 ella 4 teir seinastu dyst-irnar, so er KÍ form sterka-sta liðið í Effodeildini.

Jákup Ósá

Um hugt verður eftir sei-nastu 9 umførunum, so er KÍ einsamalt á odda við 19 stigum, men topp 4 liðini liggja beint í hølunum. Um hugt verður eftir seinastu 4 umførunum, so liggja KÍ og Víkingur á odda, tí tey hava einans sett 2 stig til av seinastu 12 møguligu.

Stigatalvan fyri seinastu 9 umførini í Effodeildini sær soleiðis út:

19 stig: KÍ18: HB17: NSÍ, Víkingur16: B3611: ÍF10: TB og FC Suðuroy 3: AB og EB/Streymur

Stigatalvan fyri seinastu 4 umførini sær soleiðis út:10 stig: KÍ og Víkingur8: B36 og HB7: NSÍ4: ÍF og FC Suðuroy 2: AB1: TB0: EB/Streymur

Samlaða stigatalvan fyri 15 umfør:32 stig: NSÍ30: B3627: Víkingur27: HB24: KÍ18: ÍF16: TB13: FC Suðuroy 8: AB6: EB/Streymur

Av teimum 246 málunum, sum eru skorað í Effodeildini fyr-stu 15 umførini, eru 92 komin eftir deyðvólts-støður.

Jákup Ósá

Áleið 37 prosent av málu-num í Effodeildini fyrstu 15 umførini koma uppá deyðbóltsstøður. Og tað er ikki altíð, at stigatalvan er umboðandi fyri deyðbólts-støðurnar. M.a. sæst, at ÍF

og FC Suðuroy skora nógv mál uppá deyðbóltsstøður, meðan AB letur fá mál inn uppá deyðboltsstøður. EB/Streymur og TB eru liði-ni, sum koma ringast frá deyðbóltsstøðunum.

Skorað uppá deyðbóltsstøður1-2. B36 12 mál 1-2. NSÍ 12 mál3-4. ÍF 11 mál 3-4. Víkingur 11 mál 5. FC Suðuroy 10 mál

6-7. KÍ 9 mál 6-7. HB 9 mál 8-10. TB 6 mál 8-10. EB/Streymur 6 mál 8-10. AB 6 mál

Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður1. HB 5 mál2. B36 6 mál3-5. KÍ 7 mál3-5. AB 7 mál3-5. ÍF 7 mál

6. NSÍ 9 mál7. Víkingur 10 mál8. TB 11 mál9. FC Suðuroy 13 mál10. EB/Streymur 17 mál

HB hevur latið fæst mál inn uppá deyðbóltsstøður

KÍ ER FORM STERK ASTA LIÐIÐ Í EFFODEILDINI

92 MÁL KOMIN UPPÁ DE YÐBÓLT SSTØ ÐUR

Page 30: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 201530

- ein sunnudagsskúlafestivalur

gleði

í Klaksvík

20.juniKostnaður 50 kr

kl.10.00 Letur uppkl.10.45 Barnakórið á Strondumkl.11.00 Setan kl.12.00 Ælaboginkl.13.00 Sang/dansibólkur úr Sørvágikl.14.00 Leikur og sangløtaklkl.15.00 Magni Christiansenkl.16.00 Barnakórið í Betesdakl.17.00 Ásbjørn Berthelsenkl.17.30 BUBU og Baloney

/summargledi

Page 31: Nordlysid nr 18 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 31

Leygardagin 13. juni var verulig innrás í Hattarvík, tá ið ein av landsins stórstu fyri-tøkum, MEST, var starvs-fólkaútferð í Hattarvík.

Størsta avbjóðingin var at fyriskipa flutningin, tí “Ri-tan” tekur í mesta lagi 125 fólk og starvsfólkini vóru gott 200 í tali. Við einum eykatúri megnaði skip og manning at flyta fjøldina trygd og gott tvørturum Fugloyarfjørð. Tað var ei-sini sera kyrt í Hattarvík hendan dagin, so tað var eingin trupuleiki hjá tei-mum ferðandi at koma í land og fara umborð aftur. Veðrið yvirhøvir var gott, sól, onkur ælingur, men starvsfólkini á MEST høv-du gjørt seg út til tað før-oyska veðurlagi, so tað var eingin trupuleiki.

Tað táttaði í tilsamans 200 fólkum, og eitt væl-mannað toymi á Uppi-stovugarðinum syrgdi fyri, at øll fingu góðan morgun-mat og leskiligan matpak-ka við føroyskum viðskera til gongutúrarnar niðan Eyðsfelli og inn í Skarðsvík við staðkendum ferðaleiða-rum. Hóast veðrið er eitt sindur kalt í summar, so er einki betur enn at gan-ga í føroysku náttúruni og gjørdu starsvsfólkini hjá MEST sær góða stundir at nýta túrin og útsýnið ovast á Eystfellinum á føroya eystastu oyggj.

Tá komið varð oman byg-dina tóku countrykongurin Hallur Joensen og Beddi so hjartaliga mótu gestunum og settu veruligani dám á túrin við at syngja og spæla meðan starvsfólkini á MEST kundu nýta góða fis-

kasúpan og annars strekkja beinini. Lagið var ógvuliga gott og dúgliga varð sungið.

Eisini varð vitja í kirk-juni í Hattarvík, har greitt varð frá um forkunnigu altartalvuna, um lívið í Hattarvík, og fleiri sálmar rungaðu í kirkjuni. Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógv fólk eru í kirkju í Hat-tarvík.

Tann altíð sera fryntligi skipasmiðjustjóri Mourits Mohr, legði dent á í røðu síni, at tá ið hann hugsaði lokalt, hugsaði hann Før-oyar og tíðskil dámdi tey hjá MEST at leggja okkurt eftir seg allastaðni í Føroy-um, eisini í Norðoyggjum

MEST GJØ RDI INN-RÁS Í HAT TARVÍK

fleiri myndir áwww.nordlysid.fo

Page 32: Nordlysid nr 18 2015

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Atkvøðu-greiðslan fer fram hósdagin 18. juni 2015 á hesum støðum:

Skúlin við Ósánnaí Klaksvík(fyri valstøðini Klaksvík, Ánir og Norðoyri)

Í Róðrarneystinum, í Urðini 9, Árnafjørður(fyri valstaðið Árnafjørð)

Skúlin í Mikladali(fyri valstøðini Mikladal og Trøllanes)

Skúlin í Svínoy(fyri valstaðið Svínoy)

Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og hel-dur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, ið sambært val-lógini hava rætt at nýta brævatkvøðu, kunnu at-kvøða á fólkayvirlitinum á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð frá kl. 10:00 til kl. 16:00. Tey, sum vegna sjúku ikki kun-nu koma á valstaðið, kunnu velja heima við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 410000 innan týsdagin tann 16. juni 2015 kl. 16.00.

Klaksvíkar býráð9. juni 2015

TIL VEL JARAR TIL FÓLK A-TINGSVALIÐ 18. JUNI 2015Í KL AKSVÍK AR KOMMUNU:

Í sambandi við Umhvørvis-vikuna plagar umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu at rudda fjøruna við Borðo-yarvík – frá Hellisenda og yvir til Mækjuvík. Nú veðrið var til vildar, varð farið avstað fríggjadagin 12. juni.

Tað gleðiliga er, at hvørt ár, ruddað verður, er minni órudd – tó er altíð nakað av plastóruddi. Men samanu-mtikið er munandi minni at taka upp enn fyri nøkrum árum síðan.

Hetta er altíð ein hugali-gur dagur, har øll taka eina hond í, og samstundis, sum fjøran er vakrari, og tú fært rørt teg, styrkir hetta um samanhaldið og trivnaðin annars.

Umhvørvisdeildin min-nir á, at seinastu árini eru sett nógv ruskíløt upp um allan býin, og er ynskiligt, at tey verða brúkt. Verður órudd kastað í náttúruni, ja, so skal onkur annar taka tað upp aftur.

Fleiri myndir á www.klaksvik.fo

RUDDA VIÐ BORÐOYARVÍK