nordlysid nr 37 2014
Post on 07-Apr-2016
323 Views
Preview:
DESCRIPTION
TRANSCRIPT
- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007
NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00
25 Á R SÍ Ð A N BERL INMÚRURIN FA L L :
KOMMUNISTISK U EIN A R Æ ÐINISMOK K A S A M A N SUM KORTHÚS
PR ÁT I Ð UM S J Á LV-S T Ý RI Ð K Ø LN A R
Í GR Ø NL A NDI
NORÐLÝSIÐ VELURBESTU LEIKARARNAR K ROV FR Á
GÓ ÐK ENDUMSL ÁT URV IRK I
Í 14 ÁR SVUMU TEIR ÁSJÓNUM HVØ NN MORGUN
4 ár við nýggjum hjarta
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 20142
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 201315 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging ella onnur fígging er
• Samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 2,208 mió. kr í 2015 til nýggjar og verandi verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. desember 2014, kl. 12.00. Jákup Mørkøre, samskiparitel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48tpost: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til:
FiskimálaráðiðSamskiparin í fiskivinnugranskingP.O.Box 347Yviri við Strond 15FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2015.
FISKIVINNUROYNDIR 2015Lýsing eftir umsóknum
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 3
JÓL ASØ L AN HJÁ VERK-STAÐNUM Á BREKKUÁrliga Jólasølan á Verkstaðnum á Brekku verður leygardagin 15 nov. frá kl. 10.00 - 16.00Møguleiki er at keypa drekkamunn og okkurt afturvið.
Øll eru vælkomin.
Fríggjdagin 14. november verður altjóða diabetesdagurin hildin fyri 23. ferð, og í ár er tað heilsugóður kostur og diabetes ið stendur á breddanum.
Tað var í 1991, at altjóða diabetesfelagsskapurin, IDF, saman við heimsheilsufelagsskapinum WHO, gjørdi av at gera 14. november til merkisdag fyri diabetes, tí fleiri og fleiri fólk kring allan heim fingu staðfest diabetessjúkuna. Dagurin 14. november varð valdur, tí tað er føðingar dagurin hjá Frederick Banting, sum var ein av undangongumonnunum í granskingini at framleiða
insulin. Í 2006 góðkendi ST altjóða diabetesdagin, og á STtopfundi í 2011 samdust tey 193 STlimalondini um eina felags fráboðan ímóti diabetes og øðrum ikki smittandi sjúkum. Ban KiMoon, STaðalskrivari, hevur sagt, at diabetessjúkan er ”ein spakuliga vaksandi hóttan móti fólkaheilsuna”. Hetta er ikki at gera ov nógv av. 7. hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes onkustaðni í heiminum. Í dag hava 382 milliónir fólk í heiminum diabetes, harav 90 % diabetestypu 2. Hetta svarar til 8,3% av øllum heimsins íbúgvum millum 20 og 79 ár. Í Føroyum hava
um 3000 fólk diabetes.
Blái ringurinTá ið ST í 2006 samtykti at útnevna 14. november til altjóða diabetesdag, varð eisini ein ringur í bláu litunum gjørdur til altjóða búmerki hjá diabetesdegnum. Blái ringurin er altjóða merki fyri diabetes og tí er altjóða diabetesliturin bláur. Blái ringurin er merkið fyri altjóða diabetesdagin og vísir á samanhaldið í altjóða diabetesfelagsskapinum. Tvørtur um allar mentanir myndar blái ringurin lív og heilsu. Blái liturin er himmalliturin, sum sameinir allar
tjóðir, og sum eisini er liturin í STmerkinum. Siður hevur verið á hvørjum ári at lýsa kend hús v.m. við bláu litunum. Í ár verður Hoyvíkar kirkja lýst við bláa litinum í samband við diabetesdagin.
Hvat er á breddanum?Tað er altjóða diabetesfelagið IDF, sum ásetir, hvørji evni skulu setast á breddan á diabetesdegnum. Í tíðarskeiðnum 2014 til 2016 er evni heilsugóður kostur og diabetes. Og í ár skal evni verða ”hin heilsugóði morgunmaturin.
Diabetesfelagið fram-
manfyri Tjaldurs ApotekSjálvan diabetesdagin, fríggjadagin 14. november, verður Diabetesfelag Føroya at hitta í millumgongini í SMS framman fyri Tjaldurs Apotek, har høvið verður hjá fólki at máta blóðsukur, eins og fólk kunnu royna eina diabetesrisikotest. Eisini verður upplýst um diabetes sum heild. Tiltakið framman fyri Tjaldurs Apotek byrjar kl.10.
Almennur diabetes-fundur í Hoyvíkar kirkjuÍ sambandi við altjóða diabetesdagin verður Hoyvíkar kirkja lýst við bláa STlitinum í viku
skiftinum, og leygardagin 15. november kl. 10 skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum diabetesfundi í kirkjukjallaranum. Heiti á fundinum verður “Hin heilsugóða morgun máltíðin”. Felagið bjóðar morgunmat og Poula Patursson, cand. scient., dietistur, heldur fyrilestur um hina heilsugóðu morgunmáltíðina.
Tórshavn 10. november 2014Vinarligar heilsanirDiabetesfelag FøroyaKristiana Reinformaður
Í sambandi við at KFUM Skótarnir í Føroyum fyl-la 75 ár í 2014, verður bjóðað til stórt føðingar-dagshald leygardagin 15. Novembur.
Dagurin byrjar við skótaguðstænastu í Havnar Kirkju klokkan 15.00, har Uni Næss, dómspróvstur og fyrrverandi skótaleiðari hjá KFUM Skótunum prædikar.
Guðstænastan er almenn og eru tí øll vælkomin.
Klokkan 17.00 gongur leiðin niðan í KFUM á Hoydalsvegi 6 í Havn, til eina stórsligna føðingardagsveistlu, fylta við røðum, framsýning av gomlum lutum, hugna, sangi, og onkrum góðum til góman.
Tað hevði glett okkum um tit sóu tykkum før fyri at møta hendan dagin.
Við vón um at síggja sum
flest hugna sær saman við okkum.
Ung sum gomul – skótar sum ikki skótar!
VinarligaKFUM Skótarnir í Før
oyum
KFUM Skótarnir í Føroyum vóru stovnaðir árið 1939 í Gøtu, við Palla Thomsen á odda.
Í 1960’inum slitu vit
sambandið við KFUM Spejderne i Danmark, har vit itu “Føroya Divisitión” og broyttu navn okkara til “KFUM skótarnir í Føroyum”.
Við árs enda av 1969 vóru 6 aktivir KFUMskótabólkar runt um í landinum.
Í 1980’inum øktist talið av skótabólkum munandi, og við ársbyrjan í 1988 vóru bólkarnir vorðnir 19 í tali!
1980’ini var eisini ártíg
gjundið har gentur kundu verða limir í KFUMskótunum.
Í 2014 eiga vit 600 limir, í 10 skótabólkum runt Føroyaland. KFUM Skótar eru í Tórshavn, Kollafirði, Klaksvík, Kvívík, Hvalvík, Vági, Fuglafirði, við Løkin í Runavík, Leirvík, á Húsum, Harav ein nýstovnaðan bólk á Velbaðstað, og gleðast vit um, at heilt skjótt kemur ein bólkur afturat, tá KFUM
skótarnir á Eiði eru fullt í gongd við at endureisa skótaarbeiðið í bygdini, og byrja teir vónandi í januar.
KFUM skótarnir í Føroyum eiga og reka Skótadepilin á Selatrað, ið opnaði alment í 1993. Skótadepilin er kanska mest kendur fyri árligu familjuleguna, ið gevur familjum møguleikan at prøva skótalívið í nakrar dagar í fantastiskum umhvørvi.
K FUM SKÓTA RNIR Í FØ ROY UM F Y LL A 75 Á R
ALTJÓÐA DIABETESDAGURIN
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 20144
Í útvið 30 ár kloyvdi ein múrur Berlin sundur. Berlinmúrurin var ímyndin av Kalda Krígnum, ið hótti heimin við einum altoyðandi kjarn-orkukríggi. Einki tóktist at vika kommunistisku Eystursamgongu-na, men eftir bert fáum mánaðum var vent í holuni
Pól á Kletti
Bíbliusøgan sigur okkum frá Jósva og fylking hansara í gongu kring Jeri
komúrar, blásandi í lúður. Gellini fingu múrarnar at falla eftir sjey døgum. Og tað vóru mótmælisgelli, sum feldu Berlinmúrin, og við honum eitt kommunistiskt einaræði fyri og annað eftir.
Fjórðingsøld er liðin síðan Berlinmúrurin fall. Hóskvøldið 9. november 1989 vóru mótmæli í ymsum býarpørtum í Eysturberlin, og hesi mótmæli høvdu staðið við í nakrar vikur. Alt Eysturtýskland tóktist hava gloymt fryktan sína fyri kommunistiska einaræðinum og hevði reist seg upp ímóti tí. Eitt stýrislag, fólkið hevði livað undir síðan seinna heimsbardaga.
Eitthvørt avgerandi og týdningarmikið var á vási. Günther Schabowski, talsmaður hjá eysturtýska kommunistaflokkinum, skuldi hava tíðindafund at greiða frá broytingum í reglum, sum ásettu mannagongdina hjá eysturtýskarum at ferðast til Vesturtýsklands.
Hann las boðini frá myndugleikunum og gjørdi skjótt av. Greiddi tíðindafólkum frá, at tað hereftir fór at verða lættari hjá eysturtýskarum at ferðast vesturum; ikki bara til handils, men eisini sum ferðafólk.
Tíðindafólkini spurdu
Schabowski, nær hesar broytingar komu í gildi. Óvissur blaðaði hann í skjølunum, áðrenn hann svaraði: »Mær vitandi eru broytingarnar galdandi frá hesi løtu.«
Tíðindini spurdust beinanvegin um alt Eys
turtýskland. Ongar forðingar vóru longur at ferðast millum Eystur og Vestrurtýskland. Hetta vildi í roynd og veru siga, at tann illa líddi Berlinmúrurin, sum útvið tríati ár hevði klovið gamla týska høvuðsstaðin sundur í tvey,
nú var opin. Og alt fyri eitt stevndi stór mannamúgva fram at teimum seks marknaliðunum í Múrinum.
Her stóðu marknavørðar, sum høvdu loyvi at skjóta hvønn tann, sum royndi at klúgva upp um Múrin. So seint sum í januar 1989
25 Á R SÍÐA N BERLINMÚRURIN FA LL:
KOMMUNISTISKU EINAR ÆÐINISMOKK A SAMAN SUM KORTHÚS
Berlin fyri 25 árum síðan. Frøin var stór báðu megin Berlinmúrin eftir at hann 9. november 1989varð latin upp, so at fólk frítt kundu fara um marknaliðini. Í út við tríati ár hevði Múrurin
kloyvt Berlin sundur í tvey, og hann var ímyndin av Kalda Krígnummillum kommunistiska Eysturheimin og frælsa Vesturheimin
Mynd: DPA
Samlandar hittast. Jóhannes Páll pávi II og Lech Walesa, formaður í pólska fakfelagnum Solidaritet. Vitjan pávans í heimlandi sínum Póllandi fekk ikki tilætlaða úrslitið hjá kommunistastjórnini: at sissa fólkið. Heldur stimbraði vitjanin póllendingum í stremban teirra eftir frælsi Mynd: Getty Images
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 5
høvdu teir skotið tann 29 ára gamla Chris Gueffroy, sum ikki longur toldi avbyrgingina í Eysturtýsklandi.
Marknavørðarnirí villareiðiHvat skuldu vaktarmenninir nú gera? Var tað satt, at marknaliðini skuldu latast upp? Heryvirmenninir vóru í villareiði. Teir ringdu til ovastar sínar, sum aftur settu seg í samband við sínar hægstráðandi. Eingin vágaði sær at skjóta eftir fólki og taka ábyrgdina.
Umsíðir, klokkan hálvgumtólv, lótu marknavørðarnir bummarnar lyfta og grindirnar í Múrinum upp. Skerandi í fagnaðarróp streymaðu eysturberlinar um markið. Líka so ovurfegnir vestrurberlinar tóku ímóti teimum við sjampanju og blómutyssum. Tey ungu kluvu upp á múrin og dansaðu.
Skjótt komu fólk við sleggjum, meitlum og høggarum og tóku at bróta hol á »Skemdarmúrin«. Múrin, sum var ímyndin av Kalda Krígnum, og sum býtti Europa sundur í tveir partar. Eystureuropa við sínum kommunistisku einaræðisstjórnum og frælsa Vestureuropa við sínum fólkavaldu stjórnum.
Kúganin í kommunistiskt stjórnaða Eystureuropa tóktist nú at fáa ein enda. Ein nýggj tíð var í uppkomu.
Ein stimbrandi pávavitjanVit mugu skrúva søguna hesum viðvíkjandi 35 ár aftur í tíðina og leita okkum til skipasmiðjuna í pólska havnabýnum Gdansk til tess at skilja hendingarnar
og upphav teirra. Tí tað var í verkføllum her, at mótmælini byrjaðu.
Víða um í Póllandi vóru síðst í 1970árunum mótmæli ímóti kommunistaflokkinum og einaræði hansara. Ímóti kúgan og at skrivi og talifrælsið var traðkað undir fótum. Men eisini – og ikki minni – ímóti vánaligu búskaparstýringini í landinum.
Síðan seinna heimsbardaga hevði Sovjetsamveldið noytt at kalla alt Eystureuropa inn undir sítt kommunistiska veingjabreiði. Og hesa tíðina vóru korini hjá fólkinum í hesum londum alsamt versnað. Í øllum føri í samanburði við
frælsu londini í Vestureuropa.
Til tess at sissa fólk gjørdu pólsku myndugleikarnir í 1979 av at bjóða Jóhannesi Páll páva II á vitjan. Hann var sjálvur ættaður úr Póllandi og æt áðrenn navnaskiftið Karol Jozef Wojtyla, føddur í Wadowice 20. mai 1920 (ein býur í Suðurpóllandi, uml. 50 km frá Krakow).
Men vitjan hansara hevði aðra ávirkan á fólkið, enn kommunistiska stjórnin hevði ætlað. Vitjan pávans varð roknað sum stuðul til póllendingar í stremban teirra eftir broytingum í landsins stýrislagi. Fólk høvdu nú fingið álit á, at ei
naræðið brátt fór at fáa ein enda.
Upphaviðá Leninskipasmiðjuni Í august 1980 var ovboðið. Á Leninskipasmiðjuni í pólska býnum Gdansk fóru arbeiðsmenn og skipasmiðir í verkfall. Kravdar vóru búskaparligar ábøtur og umfatandi broytingar í stjórnarlagnum.
Hetta var upphavið í allari tilgongdini í Eystureuropa síðan. At standa á odda fyri verkfallinum varð valdur 36 ára gamli elektrikarin Lech Walesa, sum eisini var valdur til formann í nýstovnaða fakfelagnum Solidaritet.
Verkafólkið á skipasmiðjuni kravdi tingingar við stjórnina meðan myndatól kliktu og upptøkutól snurraðu. Hetta til tess at minka um vandan fyri vápnaðum atgerðum.
Verkfallið vakti ans. Mangar royndir at bjóða kommunistisku stjórnunum av í Eystureuropa vórðu bardar niður við harðari hond. Í Ungarn 1956 og Kekkoslovakia 1968. Men hvat fór Sovjetsamveldið nú at gera? Jú, í Ovastu Sovjettini vóru tingingar, men har vóru menn samdir um ikki at leggja uppí við hermegi.
Tíðirnar vóru broyttar. Sovjetski búskapurin var vánaligur og ráð vóru ikki
til innrásir. Serstakliga ikki, um tær høvdu við sær handilsatgerðir vestanífrá.
Hernaðarlig stórveldisjavnvágHetta vóru stórtíðindi, tí avgerðin bar í roynd við sær, at tann sonevnda Breznjevdoktrinin, ið miðaði eftir, at politiska skipanin í Eystureuropa skuldi verjast av sovjetskum stríðsvognum – um alt annað miseydnaðist – ikki longur var í gildi.
Men einki lak út kortini um hesa avgerð í Kreml. Pólska stjórnin helt, at Sovjetsamveldið fór at koma til hjálpar, um hon ikki megnaði sjálv at halda mót
Lech Walesa verður borin í »gullstóli« undir einum verkfalli í Gdansk í 1980. Tað er á Lenin-skipasmiðjuni her, vit finna upphavið til fólkakrøvini um nýskipanir í kommunistisku einaræðis-londunum í EystureuropaMynd: Getty Images
Sovjetskir stríðsvognar í kekkoslovakiska høvuðsstaðnum Prag 1968. Sambært Breznjev-doktrinini skuldi politiska skipanin í Eystureuropa verjast av sovjetskum stríðsvognum um henni ikki neydnaðist at basa innanhýsis uppreistri. Eftir uppreisturin í Póllandi, sum í 1980 byrjaði við verkfallinum á Leninskipasmiðjuni í Gdansk, varð vikið frá hesari doktrinini. Kommunistaleiðararnir í Kreml høvdu ikki orku longur at leggja uppíMynd: Reuters
Amerikanski forsetin Ronald Reagan kunnger stjørnukrígsætlanina í mars 1983. USA skuldi nýta vápnaðar fylgisveinar at beina fyri kjarnorkurakettum úr War-zawasamgonguni. Ongantíð hevur heimurin verið nærri einum kjarnorkukríggi enn á heysti hetta áriðMynd: AP
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 20146
støðuni skákmát. Pólska stjórnin setti undantaksstøðu í gildi og forbjóðaði Solidaritet.
Alt tóktist nú aftur at vera í sínum gamla lagi. Men tær rivurnar, sum vóru byrjanina til skriðulopið í Póllandi, álaðu seg longri inn í onnur eystureuropeisk lond. Samstundis hevði USA fingið nýggjan forseta, Ronald Reagan úr Republikanska Flokkinum, sum alt fyri eitt fór undir at styrkja amerikansku verjuna – serstakliga við kjarnorkuvápnum. Hetta noyddi Sovjetsamveldið at gera tað sama. Men bæði amerikanski búskapurin og hermegin vóru sterkari. Tá Reagan kunngjørdi stjørnukrígsætlanina, har USA skuldi nýta vápnaðar fylgisveinar at beina fyri kjarnorkurakettum úr War
zawasamgonguni, kom fjáltur á stjórnina í Kreml. (Warzawasamgongan var hernaðar og trygdarpolitiskur felagsskapur millum Sovjetsamveldið og hini kommunistisku londini í Eystureuropa.)
Valdskappingin millum Eystur og Vestur – millum USA og Sovjetsamveldið – var grundað á hernaðarliga stórveldisjavnvág. Báðir partar høvdu so nógv kjarnorkuvápn, at bæði tann, sum leyp á, og tann, sum varð álopin, hevði verið avoyddur í einum slíkum stríði.
Ætlanin hjá USA hevði við sær, at vápnadubbingin tók dyk á seg, men hon tyngdi sovjetska búskapin uppaftur meira. Í kommunistisku leiðsluni var greitt, at her vóru tiltøk neyðug.
Úteftir tóktist Kalda Kríggið hvørja løtu at ge
rast heitt. Ein líka so tyngjandi hóttan sum fyri linnan millum stórveldini í 1970’unum. Báðir partar fryktaðu fyri, at hernaðarliga javnvágin fór at fáa annan teirra at herja á við kjarnorku, eitt kríggj, sum fór at leggja alla Jørðina í oyði.
Vóru nær einum kjarnorkukríggiÁ heysti 1983 var støðan sera spent. Vestureuropeiska verjusamgongan NATO setti í verk umfatandi hernaðarvenjing, nevnd Able Archer, har fleiri lond vóru við, tilbúgvin við kjarnorkuvápnum. Hesum fingu njósnarar hjá Eystursamgonguni frænir av. Sovjetsamveldið fyrireikaði seg til kríggj.
Fá fólk vistu hvat var á vási, men síðan er komið eftir, at heimurin ongantíð
Á Reyða Torginum í Moskva. Mikhail Gorbatjov tók við sum aðal-skrivari í sovjetska kommunistaflokkinum í 1985. Hann sæst
her í miðjari mannamúgvu undir hatti. Honum var greitt, at Sovjetsamveldið hevði djúptøknar broytingar fyri neyðini og set-
ti í 1989 í verk búskaparligar nýskipanir og størri opinleika. »Pe-restroika« (nýskipanir) og »Glasnost« (opinleiki) vóru nýggj hugtøk, ið hereftir ofta vórðu havd á lofti í dagsins tíðindum
Mynd: Getty Images
Eftir sprongingina á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl 26. apríl 1986 varð staðfest, at ok-kurt var spinnandi galið í sovjetska samfelagnum. Ólukkan gjørdist ímyndin av eini ótíðarhóskandi politiskari skipanMynd: Getty Images
Kommunistaleiðarar høvdu tann sið at heilsa hvørjum øðrum við kossi. »Deyðskos-surin« verður henda heilsanin nevnd, tá sovjetski leiðarin Mikhail Gorbatjov og eys-turtýski forsetin Erich Honecker hittust í Eysturberlin í oktober 1989, tí stutt eftir fall Berlinmúrurin. Og Gorbatjov helt tíðina vera komnaMynd: AFP
»Wir wollen raus!« (»Vit vilja út!«) hoyrdust fólk rópaágøtum og torgum í Eysturtýsklandi. Hesin riparsleggjuna til MúrinMynd: DPA
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 7
Beint fyri eygunum á nøkrum eysturtýskum marknavørðum bróta mótmælisfólk stykki av Berlinmúrinum niður 11. november 1989, tveir dagar eftir at Múrurin er latin uppMynd: DPA
Fýrverk við Brandenburger Tor á 20 ára degnum eftir fall Múrsins
Mynd: DPA
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 20148
Tað hevði við sær djúptøkin umskifti í Europa at Berlinmúrurin fall. Stórvegis rok spurdist ikki, tá gomlu einaræðisstjórnirnar fóru frá, men eftir at fræls val høvdu verið og nýggjar stjórnir høvdu tikið við kyknaði ófriður.
Tá Jugoslavia datt sundur og landslutir tess vórðu skipaðir sum sjálvstøðug ríki, tók seg upp etniskt stríð í Serbia og BosniaHercegovina. Teir, ið stóðu á odda fyri at niðurberja ávísar minnilutar, Slobodan Milosevič, Radovan Karadzič og Ratko Mladič, vórðu seinni handtiknir og stevndir fyri mannarættindadómstólin í Haag, ákærdir fyri krígsbrostverk og brotsverk móti mannaættini.
Týskir leiðarar fóru beinanvegin undir at sameina Eysturtýskland og Vesturtýskland. Men bretska forsætisráðhirjan Margaret Thatcher og franski forsetin François Mitterand vóru ikki álvulig; tey óttaðust eitt ov stórt, endurreist Týskland, sum kundi fáa ov nógv vald í Europa. Men her vendist ikki aftur, og longu 3. oktober 1990 var nýggja týska samveldislýðveldið veruleiki.
Lýðveldini í Sovjet, ið vórðu noydd inn í kommunistiska samveldið, kravdu nú sjálvstýri. Gorbatjov royndi at fara um við góðum skili og fáa eina hóskiliga avtalu í lag við lýðveldini, men afturhaldskreftirnar í kommunistisku og hernaðarligu leiðsluni framdu kvett ímóti honum.
Kvettroyndin miseydnaðist, takkað verið Boris Jeltsin, forseta í lýðveldinum Russlandi. Eftir hetta bragdið varð Jeltsin sterki maðurin í Russlandi.
Sovjetsamveldið varð sundurliðað, og hetta noyddist Gorbatjov at góðtaka.
Týskland sameinað – Sovjet syndrað
Tá gamla Sovjetsamveldið datt sundur,gjørdist Boris Jeltsin, forseti, sterki maðuriní Russlandi. Mynd: Reuters
hevur verið einum kjarnorkukríggi so nær sum undir NATOvenjingunum í 1983 – í øllum førum ikki síðan Kubakreppuna í 1962.
Sjálvandi visti ein á politiskum stigi, hvat henda kundi. Og tað hevði við sær nýggj átøk at fáa linna í lag í viðurskiftumum millum Eystur og Vestur. NATO kunnaði hereftir Warzawasamgonguna um allar venjingar, og fleiri royndir vóru gjørdar at fáa í lag tingingar um kjarnorkuavdubbing.
Mánadagin 11. mars 1985 tók Mikhail Gorbatjov við sum nýggjur aðalskrivari í meginstjórn sovjetska kommunistafloksins. Hann var 54 ára gamal og yngsti sovjetleiðari í mong ár. Hann setti sær beinanvegin fyri at fáa búskapin í Sovjetsamveldinum aftur á beint, men hann tók uppaftur meira djúptøkin stig.
Gorbatjov var sannførdur um, at Sovjetsamveldið hevði grundleggjandi broytingar fyri neyðini, um viðurskiftini skuldu batna. Stígur var elvdur av skrivstovuveldinum, og mutur og rotinskapur spiltu samfelagið. Skuldi kommunismuni vera lív lagað, máttu broytingar henda.
Kenslan av, at okkurt var spinnandi galið í sovjetska samfelagnum, varð ikki minni eftir sprongingina á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl 26. apríl 1986. Ólukkan gjørdist ímyndin av eini ótíðarhóskandi politiskari skipan. Gorbatjov ásannaði hetta sjálvur. Og politisku ábøtur sínar kunngjørdi hann í høvuðsheitum við tveimum hugtøkum – »glasnost« og »perestroika«, »opinleiki« og »nýskipanir«; hugtøk, ið javnan vóru havd á lofti í dagstíðindunum seinna helming av 1980árunum.
Broytingarnar miðaðu m.a. eftir størri tali og skrivifrælsi og at byggja upp ein meira frælsan marknaðarbúskap. Men henda gongdin vísti seg trupul at stýra. Sovjetska skipanin var fongd av ógvisligum innantvídrátti, sum nú kom í ljósmála.
Á heysti 1986 hittust Reagan og Gorbatjov á toppfundi í Reykjavík í eini roynd av fáa í lag kjarnorkuvápnaavdubbing. Tingingarnar góvu fyribils einki úrslit, men handan politiska leiktjaldið hendu framstig kortini, sum endaðu við, at Reagan og Gorbatjov skrivaðu undir INFsáttmálan í Washington í desember 1987. (INF = IntermediateRange
Nuclear Forces Treaty.)
Kommunistiska einaræðið ridlarVar Gorbatjov roknaður sum ein uppreistrarkallur í Sovjetsamveldinum, so gjørdist hann ógvuliga væl umtóktur uttanlands. Hann borgaði fyri eini nýggjari tíð, har vald og kúgan ikki longur forðaði fólki í strembanini eftir frælsi.
Í Póllandi helt stríðið fyri búskaparligum og politiskum nýskipanum fram øll 1980árini. Almenn mótmæli vórðu javnan sett í verk, men mest av øllum setti andstøðan sær fyri friðarliga mótstøðu.
Tíðliga á ári 1989 varð ilt at meta um, hvønn veg tað bar í Eystureuropa. Alment tóktist kommunistiska skipanin at standa sterk. Eysturtýski forsetin Erich Honecker roknaði við, at Berlinmúrurin fór standa í minsta lagi 50 til 100 ár aftrat.
Í USA varð Reagan avloystur av varaforseta sínum George Bush, ið áður hevði verið ovasti í CIA. Og sum nýggjur amerikanskur forseti helt hann ongar broytingar vera í eygsjón. Tá tjóðartingsval var í Eysturtýsklandi, varð sum vant svikað við valtølunum, so at kommunistaflokkurin fekk út við 100 pst. av atkvøðunum.
Men samstundis herdust krøvini um nýskipanir, og teimum var trupult at standa ímóti. Í Póllandi avgjørdi stjórnin umsíðir partvís at eftirlíka krøvunum frá andstøðuni. Lyfti varð givið póllendingum á tjóðartingsvalinum 1989 at fáa høvi at velja fleiri flokkar.
Solidaritet, fakfelagið hjá Lech Walesa, drálaði við at stilla upp sum politiskur flokkur, tí fryktandi var fyri valsviki, men umsíðir varð farið í valorrustuna, og tá atkvøðurnar vórðu taldar, vísti valið seg at vera farið fram á rættvísan hátt. Solidaritet vann stórsigur. Pólska fólkið hevði greitt givið støðu sína til kennar og einaræðið var skakað í grundvøllum sínum.
Í juni mánaði hetta summarið kliptu Alois Mock, uttanríkisráðharri í Eysturríki, og Gyula Horn, uttanríkisráðharri í Ungarn, píkatráðin fram við markinum millum teirra lond. Fólk í báðum londum høvdu hereftir frítt at fara um markið.
»Deyðskossurin« í EysturberlinMótmælistiltøk tóku seg skjótt upp víðahvar í Eys
turtýsklandi. Á heysti 1989 kravdu mong túsundtals fólk rætt teirra til at sleppa út úr hesum hermetiskt afturlatna landi.
»Wir wollen raus!« (»Vit vilja út!«) ljóðaðu rópini í gøtum og á torgum í eysturtýskum býum. Men skjótt ljóðaðu rópini øðrvísi: »Wir bleiben hier!« (»Vit verða her!«). Nú var tað stjórnin, ið skuldi rekast á dyr.
Fyri einaræðisharrarnar varð hetta ein verulig hóttan. Tá leiðararnir í kommunistisku londunum hittust at hátíðarhalda 40 ára dagin hjá Eysturtýsklandi, varð hátíðarhaldið órógvað av rakstrarrópum. Pólski forsetin Wojciech Juruzelski var ógvuliga fjálturstungin og spurdi Mikhail Gorbatjov, hvat hann helt um hetta. »Hetta er endin,« svaraði sovjetski leiðarin.
Hetta vísti seg at vera satt. Kommunistisku einaræðini vóru komin á gravarbakkan. Siður var, at kommunistiskir ríkis og stjórnarleiðarar kystu hvør annan, tá teir hittust. Tað er ikki av ongum, at kossurin, Gorbatjov gav eysturríkska forsetanum Erich Honecker í Eysturberlin á 40 ára hátíðarhaldinum verður róptur »Deyðskossurin«.
Søgufrøðingar hava síðan dúgliga kjakast um, hvør orsøkin var til hetta bráða umskifti – at eitt stjórnarlag, sum í út við hálva øld hevði gøllhildið miljónatals fólkum og kúgað tey, fall eftir so stuttari tíð, og við at kalla ongari mótstøðu.
Mangar orsøkir kunnu nevnast, men í høvuðsheitum henda: Kommunistiska skipanin var útarmað og meginparturin av fólkinum livdi í størsta vesaldómi. Hetta var tann klikkjandi bumban, ið brast undir einaræðinum.
Eitt nýtt EuropaÓsvitaliga kravið um lýdni hevði við sær, at tali og skrivifrælsið var munandi skert í kommunistiskt stjórnaðu londunum. Allir borgarar vóru undir eftirliti. Túsundtals fólk vórðu fongslað fyri at siga sína meining – um tey ikki vórðu avrættað.
Men í tí støðugt meira altjóðagjørda miðlaheiminum bar ikki til at loyna fyri fólki búskaparviðurskifti og vælferð í øðrum londum. Krøv um mannarættindi herdust somuleiðis, og munadyggari útbúgvingar mentu tilvitanina um sjálsavgerðarrætt í persónligum viðurskiftum.
Avgerandi orsøkina til, at
kommunisman fall heldur bretski søgufrøðingurin Timothy Garton Ash vera, at ráðandi maktin hevði mist álitið á sær sjálvari: »Ung fólk fóru út á gøturnar við rakstrarrópum. Politiið fór eftir teimum við lurkum. Men tey søgdu: ‘Tit hava ongan rætt til at sláa okkum.’ Og í veruleikanum svaraðu teir ráðandi: ‘Vit hava ongan rætt til at verja vald okkara við harðskapi.’« Timothy Garton Ash er serkønur í europeiskari søgu.
Eftir at Berlinmúrurin var latin upp, smokkaðu kommunistisku einaræðini saman sum korthús. Næst Eysturtýsklandi fullu stjórnirnar í Bulgaria, Kekkoslovakia og Rumenia. 200 ár eftir fronsku kollveltingina, sum endaði í ruðuleika og blóðbaði, varð í Eystureuropa framd ein lutfalsliga friðarlig kollvelting.
Eitt nýtt Europa steig upp úr óruddinum og Kalda Kríggið var av.
Eftir vónumVerður litið aftur á hendingarnar fyri fjórðingsøld síðan, so má ásannast, at teimum slapst ikki undan. Borið saman við aðrar tilburðir í søgu Europa, so var niðurlaðingin av kommunistiska Eystureuropa eindømi. Amerikanski søgufrøðingurin John Lewis Gaddis hevur lýst hana sum »sigur eftir vónum«. Gaddis er serkønur í viðurskiftunum kring Kalda Kríggið.
Allan seinna helming av tjúgundu øld hevði mannaættin livað í einum áhaldandi ótta fyri teirri endaligu oyðingini – kjarnorkukrígnum, ið stóðst av stríðnum millum Eysturheimin og Vesturheimin. Men her hendi einki og allur ótti var av.
»Kalda kríggið er av. Somuleiðis hernaðargerðin, sum beindi fyri búskapi okkara og vanskeplaði mannahugsanina. Einki heimskríggj hóttir longur,« segði Mikhail Gorbatjov, tá hann tók samanum tvey ár eftir at Múrurin var fallin og skrivaði undir tað skjalið, sum endaliga varpaði Sovjetsamveldið í søguna.
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 9
JÓGVAN VIÐ KELDU: TÁ EINA VALD Ø MIÐ LEGÐI POLITIK ARA ÚTI UM L ANDIÐ AT SOVAFramtíðar poli-tikarar, sum vit síggja longu, fara at verða sera varnir at mótmæla skeivu gongdi-ni av eini størri miðsavnan
At økini úti um landið liva og yvirliva er primervinnuni fyri at takka. Her sprettir og grør okkara útflutningsvinna, sum fyri tað allarmesta snýr seg um meiri ella minni liðugtgjørdar fiskavørur, aling, uppisjóvarfiskur ella botnfiskur frá nær-, mið og fjarleiðum.
Lat sligið vera fast, tá vit hoyra politisku krøvini úr høvuðsstaðnum, at “vit vilja eisini hava lut í “okkara” parti”, uttan at hava rætt hond frá síðu afturímóti teimum, sum í fleiri tíg
gjuáraskeiðum við djúpum niðurgongdum og til tíðir áhugaverdum uppgongdum (tað er serliga tá, krøvini koma), hava gjørt risaíløgur bæði í reiðum peningi og annars við fígging, har virðini bæði á sjógvi og á landi hava verið sett í veð! Samstundis hava hesir leitað, granskað og gjørt grundleggjandi arbeiðið.
Men vandi er í hvørjari vælferð, so er eisini her!
Eina valdømieftir 7 árumFyri nú 7 árum síðani fingu Føroyar nýggja valskipan, sum var samtykt við einum sera tunnum meiriluta – men ein meiriluti er ein meiriluti sum hevði til endamáls at miðsavna Føroyar inn til høvuðsstaðin.
Árini frammanundan vóru ikki so fáar tillaðingar gjørdar, so lagað var manni
at taka grundarlagið undan stovnum, sum lógu úti um landið. Bara fyri at taka eitt dømi fyribils, tá sjúkrahússtýrini fyri árum síðani, sum vóru sannar skorður undir einum víðfevndum sjúkrahúspolitikki, eftir tógvið stríð vórðu niðurløgd. Ein elegant tillaging! – Mong onnur átøk eru síðani framd.
Hetta hevði eitt endamál, nevniliga, at taka skorðurnar undan Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – Hinvegin hevur tað mangan undrað meg, at bæði Suðuroyar og Sandoyartingfólk hava gjørt seg inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, heldur enn at standa saman um hendan virðismikla partin av heilsuøkinum og mótvirkan av miðsavnan sum heild. – Vit hava tó havt onkrar politikarar, sum hava gjørt vart við, tá alt ov harðliga er farið fram. Tað hevur eisini gjørt, at onkrar smærri út og nýbyggingar eru framdar á onkrum stovnum úti um landið.
Dimmist í havsbrúnniKemur ongin broyting, koma vit frameftir at síggja
í stuttum hetta:“ Høvuðsstaðurin hevur
alt fleiri verljarar, hevur uppgangandi almenn arbeiðspláss, sum nú fyrstu komandi árini fara at økjast, við vælútbúnum fólki, sum fara at luttaka í serliga almennum stovnum, meðan skorður verða tiknar undan heil og hálvalmennu arbeiðsplássum úti um landið.
Framtíðar politikarar, sum vit síggja longu, fara at verða sera varnir at mótmæla gongdini av eini størri miðsavnan.
Hinvegin hava vit ferð eftir ferð hoyrt politiska, embætismanna og fjølmiðlajørðildið saman við øðrum tosa um, herviliga orðadráttin av lokalpolitikki, sum hevur tikið seg fram, eftir eina valdømið var samtykt uttan tó, at hetta hevur steðgað miðsavningini – heldur tvørutrímóti.
Livst so spyrst, men dimmið hómast í havsbrúnni, politikarar úti um landið hava alt meiri ilt við og tora verri at standa saman, tí atkvøðurnar alt meiri eru miðsavnaðar. Hetta er
ófrættakent, eisini tí, at nú dyrgja politikarar og búskaparfrøðingar eftir hægri tilfeingisgjaldi frá fiskivinnuni fyri at uppihalda miðsavnandi almenna rakstrinum, sum er við til at taka grundarlagið undan tænastufyritøkum úti um landi”!
Lands- og lokalpolitikariJa, væl varð arbeitt hjá teimum, sum vildu hava eina valdømið og enntá, fingu teir onkrar politikarar við sær, fyri spakuliga og eligant at lata teir sjálvar gera av við egnu økini úti um landið. – At vera lokalpolitikari í høvuðsstaðnum er “landspolitikari”, meðan landspolitikari úti um landið er “lokalpolitikari”, so væl hava hesi klára at kveistra veruleikan til viks.
Sjey ár eru nú liðin, síðani “eina valdømið legði politkarar úti um landið at sova”, og spennandi verður at síggja útviklingin komandi 7 árini!
Jógvan við Keldu
Dagtilhaldið, sum í nógv ár hevur hildið til á Klaksvíksvegnum, flutti í seinastu viku inn í rúmlig hølir úti í Heiminum við Vágna.
Í gjár var Óluva
Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir, inni á gólvinum og fekk eitt prát við nakrar eldri kvinnur, sum fingust við at binda.
Hasla Olsen, sum hevur
verið leiðari á Dagtilhaldinum seinnu árini, heldur at hesar nýggju umstøðurnar eru spennandi.
Nú skulu vit líka koma ordiliga uppá pláss her, og síðani fara vit at leggja
ætlan fyri komandi virksemið, sum fer at bera brá av, at vit nærkast jólum.
Endamálið við Dagtilhaldinum er, at øll eldri sum ung skulu kenna seg hjartaliga vælkomnan í Dagtil
haldinum til eina hugnaliga samveru í hugnaligum umhvørvi. Her er eingin limaskapur, so ein og hvør kann koma inn uttan at boða frá luttøku.
Dagtilhaldið er opið má
nadag, týsdag, mikudag og hósdag frá kl.10.00 til 16.00. Drekkamuður er hvønn dag við onkrum afturvið, eins og øll tey føroysku bløðini eru til taks.
DAGTILH A LDIÐ SÓL JA N Í N ÝGGJUM H Ø LUM
Nakrir størri skúrar eru komnir at standa á grótútfyllingini í miðbýnum, og onkur hevur spurt, um hetta er byrjanin til miðbýin. Men so er ikki – hetta eru modulbyggjarí, sum Bústaðir stendur fyri, og skulu hesar íbúðir setast á Heygavegi 56 omanfyri fjósið hjá Kjølbro.
Talan er um eitt skilagott
samstarv við Klaksvíkar býráð, sum hevur nakað á baki. Býráðið hevur latið byggiøkið lagaliga til Bústaðir til eina verkætlan at byggja 8 íbúðir ár.
Íbúðirnar, sum eru um 54 m2 hvør, eru ætlaðar til fólk við serligum tørvi, sum skulu læra at standa á egnum beinum. Íbúðirnar verða leigaðar út.
Hetta er eitt áhugavert og annarleiðis byggjarí, sum ikki er so kostnaðarmikið, samstundis sum nýggjar leiðir verða royndar við modulbyggjarí, ið ikki er so nógv roynt í Føroyum. Allar íbúðirnar eru liðugt innrættaðar og klæddar, har tær nú standa á Sandinum.
Íbúðirnar, sum eru serliga væl bjálvaðar og kunnu
endurvinna hita umvegis útluftinarskipanina, skulu hava hitaskipan umvegis jarðhita. Kanjon leggur í hesum døgum síðstu hond á fundamentini, og skulu teir eisini leggja kloakk og vatnskipanina til íbúðirnar.
Fyrst í desember verða lidnu íbúðirnar settar á fundamentini við Heygavegin, og verður tá ein liðug tak
konstruktión eisini løgd á.Fjósið hjá Kjølbro, sum
stendur beint niðanfyri hesar 8 íbúðirnar, verður innrættað sum felagshús og goymslurúm hjá búfólkunum í hesum nýggja og spennadi modulbyggjaríi, sum eftir ætlan skulu takast í brúk fyrst í komandi ári.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um, at
eitt rættiliga dygdargott og mennandi samstarv millum Almannaráðið, Klaksvíkar býráð og Bústaðir nú ber á mál, og gleðir hann seg til, at dyrnar verða latnar upp til hesa spennandi og skilagóðu verkætlan.
BÚSTAÐIR 8 ÍBÚÐIR Í K L A KSV ÍK
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201410
BrúdleypVit skulu giftast tann 27. desember.
Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.
Tey sum vilja gleðast saman við okkum,kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099
ella mail bogi_75@olivant.fo
VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen
TøkkHjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan háttvístu samkenslu, tá okkara elskaða mamma,
vermamma og omma
Inga Svabo* 28.08.1928 † 01.08.2014
andaðist og varð jarðað
Takk til Marjun prest, sangarar, gravarar,kirkjutænarar og tykkum øll, ið hjálptu so vælvið ervinum. Takk fyri blómur og kransar og
takk fái tit øll, ið fylgdu mammutil hennara seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegnaDagmar Andrea, Kristina, Ada, Marina,
Bjørg og Vónbjørt
D iamantbrúdleyp
Hósdagin 20. November, kunnu hjúnin
Gretha og Levi Joensen,Klaksvík
halda Diamantbrúdleyp.Dagurin verður hildin saman við familjuni.
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 11
Tað eru framvegis fólk sum spyrja meg hvussu tað er at liva við einum hjarta sum ein annar eigur. Eg haldi tað er bara positivt at fólk spyrja um skurðviðgerðina, tí vit valdu frá byrjan av at verða opin um sjúkuna, bíðitíðina, viðgerðina og so tíðarskeiði aftaná.
Vit mettu tá at tað kundi hjálpa øðrum sum vóru í somu støðu at lesa um okkara royndir við heilsuverkinum og sjúkuni. Harafturat vóru tað sera nógv fólk sum hugsaðu um okkum og tí var tað sera praktiskt at skriva til nordlysid.fo har øll sum høvdu áhuga kundu
fylgja gongdini. Og – jú eg veit og hugsi
onkuntíð um, at hjarta sum slær í mínum brósti eigur ein annar persónur, sum ikki longur er her á foldum. Eg eri sera takksamur fyri at eg kundi fáa eitt nýtt lív tá hesin persónurin ikki longur hevði brúk fyri hjartanum.
Í mars mánaða kundi eg so hátíðarhalda mín 18 ára føðingardag, men tann 5. november gjørdist eg 4 ár og tað er og verður ein serligur dagur í mínum lívi.
Í desember 2009 fekk eg staðfest sjúkuna og sum barn var eg altíð yvirvektigur. Hetta hevur við tíðini eisini ávirka at hjarta er
vaksið seg størri og til endan orkaði eg einki tí hjarta pumpaði 8 10% í mun til eitt normalt hjarta sum pumpar 78%80%. Í seinastu viku var eg til kanningar á hjartadeildini á ríkissjúkrahúsinum og tey søgdu sum var at um tey ikki vistu at eg hevði fingið eina hjarta skurðviðger, so høvdu tey ikki sæð á royndunum at eg havið eitt fremmant hjarta í mær.
Teir kannaðu eisini nýruni sum høvdu tað sera ringt undir skurðviðgerðini og har var alt ok. Eisini kannað teir lunguni og allar royndir vóru sera positivar.
Eg havi sjálvandi eitt ar eftir skurðviðgerðina
og harafturat er bringan útstandandi og tað havi eg hugsað eitt sindur um. Tá eg spurdi læknarnar um hetta dugdu teir ikki at siga hví so er. Teir fáa tó einki gjørt við tað tí tað er ikki ráðiligt at fara inn og opna bringuna aftur eftir at vevnaðurin í kroppinum kring skurðin er samanvaksin. Skulu teir gera nakað við bringuna er tað sum at biðja um trupulleikar siga læknarnir. Hetta eru eisini smálutir eftir alt tað sum eg havi verið ígjøgnum.
Men eitt sum eg segði noy til eftir skurðviðgerðina var tilboð um sálarhjálp og tað havi eg angra. Eftir drúgvu viðgerðina kom eitt
tíðarskeið har eg fór at hugsað sera nógv um alt sum eg havi verið ígjøgnum og tí havi eg valt at taka av sálarligari viðgerð.
Skúla og ungdómslívGekk fyrst á Handilsskúlanum men valdi at skifta til HF í Klaksvík og har trívist eg sera væl. Eisini arbeiði eg nakrar tímar um vikuna í Norðoya Sparikassa um mánaðan og livið í tí stóra og heila eitt lív sum allir vanligir ungdómar. Umframt arbeiði og skúla sitið eg eisini í nevndini í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, so eg skal ikki klaga. Eg ferðist framvegis niður til kanningar og nú er títtle
ikin umleið hálva hvørt ár. Annars eri eg til kanningar triðja hvønn mánaða.
Annars kann eg ikki annað enn verða takksamur. Hetta hevur sum sagt ávirka meg sum persón og fór at ivast um meg sjálvan. Tann sálarligi parturin hevur fylt meira í tíðini eftir skurðviðgerðina og tí havi eg valt at leita mær hjálp til tann partin eisini. Men eg havi tað annars gott og livið eitt lív sum flest onnur í Føroyum sum eru 18 ár, sigur Rólant sum hósdagin fylti 4 ár hóast hann hevur liva í 18 ár.
F YRI JÚST F ÝRA ÁRUM SÍÐAN FEKK RÓL ANT NÝ T T HJARTA OG NÝ T T LÍV
Hósdagin 5. nov. vóru fýra ár liðin síðan at Rólant Reginsson Biskopstø fekk nýtt hjarta. Tá hevði hann (í 2010)sum einans 14 ára gamal sitið á Hotel Føroyum í Keypmannahavn og bíðaði til eitt nýtt hjarta var tókt til hansa-ra. Eftir eina drúgva skurðviðger fekk Rólant eitt nýtt lív har hann í dag livir lívið sum flest onnur 18 ára gomul.
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201412
Tíðindi av Ríkis-sjúkrahúsinum leygarkvøldið 6. nov. 2010
Leygarkvøldið át Rólant fisk til nátturða. Mamma og babba hava vitjað og tað gongur framá alla tíðina. Men ansað verður sera væl eftir Rólanti
At fáa ísett nýtt hjarta er ein sera stór og drúgv skurðviðger. Hóast tað hevur gingið væl og skjótt hjá Rólanti, so skal hann til uppvenjing og ígjøgnum eina langa eftirviðgerð, sum ger at hann kann roknað við at verða knýttur at Ríkissjúkrahúsinum tað næsta hálva árið.
Skal hava nógva hvíldForeldrini hjá Rólanti, Regin og Jórun, eru flutt til Danmarkar saman við Rólanti og fyri løtu síðan hittu vit tey á Hotel Tórshavn og tey lata væl at gongdini.
Læknar og sjúkrasystrar, sum eru um Rólant lata sera væl at gongdini og siga at alt sær gott út. Men tað er eingin ivi um
at hetta er ein krevjandi skurðviðgerð og tí skulu vit eisini alla tíðina hugsað um ikki at troytta hann. Hann skal hvíla og venja og hann verður eisini sera væl vardur ímóti smittuvandum, tí immunverjan hjá honum er sera veik í løtuni.
Umráðandi er at hann fær nógva hvíld og hann svevur eisini nógv.
Tá vit eru saman royna vit at tosað okkara millum og samtala so við hann av
og á soleiðis at hann kann hvíla.
Í kvøld bað eg tey geva honum stokt flak av føroyska matarseðlanum og breyð við heitum livurpostei. Hann át eitt sindur av flakinum og eitt hálvt breyt av livurpostei.
Hann bað meg í kvøld um at skaffa sær Taffel Chips tað vanliga slagið og makrelguf. So eg má til handils í morgin at keypa hetta.
Hann skemtast eisini. Tá
sjúkrasysturin rósti honum fyri at vera so raskur at eta, spurgdi hann um hon so var nøgd? Tey royna at halda hann til at eta men tá ein fær so nógvan heilivág er matarlysturin vánaligur.
Tað eru einans vit sum sleppa at vitja Rólant og vit vitjað hann tríggjar ferðir um dagin.
Vit koma sostatt at ganga millum hotellið og Ríkissjúkrahúsið tríggjar ferðir um dagin, so vit skulu ikki klaga um at vit ikki
fáa nokk av kondi, sigur Jórun skemtandi.
Liggur einsamallurSum áður sagt so liggur Rólant avbyrgdur tí alt verður gjørt fyri at verja hann fyri smittum.
Tá vit skulu inn til Rólant skulu vit fyrst gjøgnum tvær stongdar hurðar. Úr øllum yvirklæðunum og skrubba hendurnar í sápu. Síðan skulu hendurnar sprittast áðrenn vit sleppa inn í stovuna hjá Rólanti. Vit royna alla tíðina at hugsað um at halda frástøðu til Rólant og vit halda okkum burtur frá andlitinum. Øll starvsfólkini, sum eru um Rólant vaska sær og lata seg í serliga dragt og masku áðrenn tey koma inn til hansara. Skal nakað rættast honum verður tað fyrst vaskað og síðani spritta.
Gongur gottSpurgd um hvussu tey kenna tað í løtuni sigur Jórun soleiðis:
Øll eru so positiv um gongdina og tí hava vit eina kenslu av at hetta man fara at ganga.....
Vit eru annars sett í samband við foreldur hjá einum drongi, sum fekk nýtt hjartað fyri 14 árum síðan. Hann var einans tvey ára gamal tá hann fekk nýtt
hjarta, men av tí at alt hevur gingið so skjótt hava vit ikki havt stundir at tosað nakað serligt saman.
Hevur gingið nøkur fetHóast Rólant skal hvíla nógv so skal hann eisini venja so nógv sum hann orkar og í dag hevur hann verið frammi og gingið nøkur fet.
Hann hevur framhaldandi slangur og dren ísett, men hann hevur verið uppi á gólvinum og gingið nøkur fet.
Hann skal ansa sær tá hann brúkar armarnar, tí teir hava jú skorið allan bróstkassan. Hann má ikki setast upp undir seg við armunum, men skal í staðin brúka beinini. Tað ferð at taka eini átta vikur til bróstkassin er komin fyri seg aftur.
Halda jól í DanmarkJórun greiður frá at tey enn ikki eru komin heilt uppá pláss í Keypmannahavn.
Tað er sera kalt í løtuni í Keypmannahavn og tíanverri eru pakkarnir við føroysku undirklæðunum ikki komin niður enn. Jólini nærkast og vit fara so at halda jól í Keypmannahavn og óivað á Ríkissjúkrahúsinum, var sagt av Hotel Tórshavn leygarkvøldið.
Sum myndin vísir verður biopsi gjørd gjøgnum eina ”katetu” gjøgnum eina blóðæðr í hálsi-num ella í lyskuni. Man verður lokaldoyvdur í hálsinum árenn - og sjúklingurin merkir ein-ki tá royndir verða tiknar av hjartanum.
Kelda:Heimasíðan hjá Hjartadeildiniá Ríkissjúkrahúsinum
Sjálv skurðviðgerðin er 4 til 6 tímar og longri enn tað. Skurðviðgerðin má gerast so skjótt sum donorhjarta kemur á sjúkrahúsið tí hjarta skal ikki verða uttan blóðsirkulatión í meira enn fýra til seks tímar.
Tá hjarta skal skiftast verður farið inn gjøgnum bróstkassan. Hetta ljóðar ógvusligt men á
heimasíðuni hjá hjartadeildini á Ríkissjúkrahúsinum vissa tey um at Ríkissjúkrahúsið hevur drúgvar royndir við slíkum skurðviðgerðum. Hjartatransplantatiónir hava verið framdar á ríkissjúkrahúsinum seinastu 20 árini.
Eftir skurðviðgerina verður sjúklingurin fluttur til intensivdeildina har hann hvílur nakrar tímar meðan respiratorurin stýrir andadráttinum.
Beint eftir skurðviðgerina fær sjúklingurin ymiskan heilivág sum skal tryggja at kroppurin
tekur ímóti nýggja hjartanum og sum verjur móti smittum. Vanligt er at sjúklingarnir sova nógv eftir skurðviðgerðina og teir fáa eisini nógv morfin tí teir skulu ikki merkja pína.
Tá sjúklingar vakna fyrstu ferð er vanligt at teir ikki kunnu
snakka tí teir framvegis liggja í resperator. Men teir skilja alt sum verður sagt og kunnu samskifta við at geva tekin ella skrivað. Tá sjúklingurin er stabilur og somikið væl fyri at hann er førur fyri at anda sjálvur verður resperatorurin tikin burtur.
Eftir hjartaoperatiónina kann sjúklingurin roknað at liggja á intensivu deild í 1 5 dagar ella longri alt eftir hvussu tað gongur.
Síðani verður sjúklingurin fluttur á transplantatiónsdeildina og hevur framhaldandi fleiri slagur og kaatetur í kroppinum.
Á heimasíðuni stendur at lesa at eftir hjartaoperatiónina hava sjúklingar:
* et blærekateter, så vi kan måle urinproduktionen
* et kateter i halsvenen til medicingivning og til at trække
HJARTA TRANSPL ANTATIÓN KRE V UR DRÚGVA VIÐGERÐ
SEINR A PA RTIN LE YG A RDAGIN ÁT RÓL A NT STOK T FL A K - HÓAST M ATA RLYSTURIN IK K I VA R GÓ ÐUR
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 13
Tíðindi av Ríkissjúkrahúsi-num týsdagin 9. nov. 2010
Á middegi týsdagin, ringdi Rólant sjálvur til foreldrini og harafturat hevur hann verið uppi í fleiri tímar seinrapartin
Tað gongur støðugt framá hjá Rólanti og hann merkir sjálvur at hann orkar betur nú enn áðrenn skurðviðgerðina, sigur Regin Simonsen, pápi Rólant, tá vit hittu hann í telefonini fyri løtu síðan.
Lagið er gott her í Keypmannahavn. Rólant hevur í dag fingið teldu og hevur verið og vitjað heimasíðuna og sæð mongu heilsanirnar sum vinir og kenningar hava sent.
Tað er stuttligt at upplivað at tað alla tíðina er framgongd at síggja og sjálvur er Rólant sera optimistiskur.
Síðan 14. desember í fjør hevur Rólant havt ein sokallaðan ICD innopereraðan sum heldur eygað við hjartanum. Hann bleiv tikin út tá gamla hjarta skift út við tað nýggja men so skjótt sum Rólant vaknaði spurgdi hann eftir
ICD tólinum, men tá var tað burturbeint. Men í morgun hevði ein sjúkrasystur funnið tólið og tað liggur nú á borðinum hjá Rólanti.
Vit hava keypt honum Chips, makrel og rogn tí tað dámar honum best at eta. Eisini hevur hann fingið onkra bók at lesa, sigur Regin.
Týskvøld áintensivu deildTað gongur so mikið væl hjá Rólanti í løtuni at hann kanska sleppur av intensivu deild longu hósdagin.
Sum sæst á myndunum hevur Rólant verið nógv frammi á gólvinum í dag.
Hann er sera raskur og hevur verið fleiri túrar eftir gongini. Men tað skulu nógv tól fylgja við honum,
so Regin hevur drassa og borið, greiður Jórun frá.
Ein stólur er allatíðina nær hjá um hann ynskir at seta seg. Tá ein hevur fingið nýtt hjarta er tað ikki altíð at heilin og hjartað arbeiða væl saman og tí skal ein
ansa sær fyrstu tíðina. Men í kvøld var hann
móður tá hann fór til songar tí hann hevði verið so nógv uppi í dag, sigur, mamma Rólant úr Keypmannhavn fyri løtu síðan
Fyri júst fýra árum síðan fekk Rólant nýtt hjarta og nýtt lív
HJARTA TRANSPL ANTATIÓN KRE V UR DRÚGVA VIÐGERÐblodprøver fra
* telemetriledninger fastgjort til brystet, så vi kan aflæse EKG’et
* iltkateter i næsen* to små tynde wirer, som ud
går fra hjertet, og som er koblet til en udvendig pacemaker, så vi kan regulere hjerterytmen
Harafturat eru plástur á stóra skurðinum.
Tey fystu fimm døgnini eftir skurðviðgerðina er sjúklingurin isoleraður á stovuni. Tað merkir at øll sum koma í samband við sjúklingin eru í masku og serligum kitlum, og harafturat verða øll tól og hendur sprittaði áðrenn tey koma í samband við sjúklinging. Hesa tíðina kann sjúklingurin ikki koma í samband við frískar blómur. Tey avvarandi fáa ikki loyvi at vitja um
tey eru smittaði. Fyrstu tíðina er tað vanligt at sjúklingurin hevur kvalma og vánaligan matarlyst. Tað er tó sera týdningarmikið at kroppurin fær mat við kalorium og proteinum. Hildið verður eygað við at sjúklingurin fær nøring og orkudrykkir verða eisini givnir sum neyðug tilskot.
Uppvenjingin byrjar beinan vegin og í fyrstuni verður vant varisliga. Sjálvt um sjúklingurin kennir seg móðan eftir skurðviðgerðina er tað sera týdningarmikið at hann so skjótt sum møguligt kemur upp úr songini og í gongd við at venja.
Tað er eisini vanligt at ”humøret er svingende” eftir skurðviðgerðina. Ein orsøk er heilivágurin, prednisolon sum ávirkar sinnalagið. Sjúklingar kunnu eisini uppliva eina sera ja
liga sinnistøðu tí teir kenna at teir nú hava meira luft og tí megnað at flyta seg meira enn undan skurðviðgerðini.
Eisini kann sjúklingurin gerast troyttur av øllum tí virkseminum sum er rundan um hann á intensivu deildini. Blóðroyndir, heilivágur, reingerð, uppvenjing, reingerð, stovugongd og vitjandi.
Sjúklingurin kann roknað við at verða innlagdur tríggjar til fimm vikur eftir skurðviðgerðina, men gongur væl so kanna hann sleppa heim í vikuskiftum.
Immunkervið Immunverjan sum er bygd upp av kyknum og kemiskum evnum sum verja kroppum móti smittum. Eftir at nýggja hjarta er farið at virkað vil kroppurin uppfata nýggja organið sum eitt
frammanda likam og tí svarar immun verjan aftur sum um at nýggja hjarta var ein bakteria ella ein virus. Fær immunverjan frítt splæl so vil nýggja hjarta verið undir álopið har endamálið er at útihýsa hjarta úr kroppinum.Tað kann samanberast við “betendilsi”. Fyri at mótvirka hesa nátúrligu reaktiónina verður heilivágur givin sum doyvir immunverjuna men hóast hetta so uppliva sjúklingar vanliga tíðarskeið har immunverjan mótarbeiður hjartanum. Men eftir hálvt ár er hetta sera sjálvsamt.
Heilivágsviðgerðin byrjar longu undir sjálvari skurðviðgerðini. Teir fyrstu dagarnar verður heilivágurin sprændur beinleiðis inn í blóðæðrarnar. Talan er um trý sløg av heilivagi sum sjúklingurin skal taka resti
na av lívinum, men mongdin av heilivági minkar so líðandi.
Kanna hjartaEftir skurðviðgerðina verður við jøvnum millumbili ein hjartabiopsi gjørd har royndir verða tiknar av hjartavevnaðinum. Hetta er einasti tryggi mátin at kanna um hjarta er undir álopi frá immunverjuni. Sama dag sum royndirnar verða tiknar verða tær viðgjørdar á kanningarstovu og úrslitið fyriliggur sama kvøld.
Tær fyrstu seks vikurnar verður biopsi framt hvørja viku og teir næstu tríggju mánaðarnar verða royndir tiknar 14. hvønn dag síðan verða royndir tiknar eina ferð um mánaðan í tríggjar mánaðar. Aftaná fyrsta árið verða sjúklingar kallaðir inn til biopsi einaferð um árið.
N ÆR KOM A TIT AT V ITJA Ð MEG?Klokkan umleið 19 mikukvøldið 10. nov. 2010 var Rólant online á sínu egnu Facebook heimasíðu og fyrstu orðini vóru hesi:
”Veldigt at kunna ganga uppi uttan at steðga í heilum! Føli væl at eg orki nógv betur nú, enn eg gjørdi áðrenn! Fantastiskt ?
Havi gingið, og trena nógv í dag!
Havi tað super gott :D!”
So mong vóru orðini. Frá klaksvíkinginum á Ríkissjúkrahúsinum, sum náttina til leygardagin fekk nýtt hjarta.
RÓL A NT - EG H AV I TA Ð SUPER GO T T !
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201414
Tíðindi av Ríkis-sjúkrahúsinum leygarmorgu-nin 6. nov. 2010
Á miðnátt fríggjadagin fekk 14 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø nýtt
hjarta á Ríkissjúkrahúsinum og alt hevur gingið sera væl
Á síni egnu heimasíðu á alnótini greiðir Rólant frá hvussu hann gjørdist sjúkur og á heimasíðuni ber eisini til at fylgja við gongdini síðan Rólant gjørdist sjúkur.
Síðani familjan hjá Rólant flutti til Danmarkar hava tey tó ikki havt møguleika at lagt út á heimasíðuna (http://www.123hjemmeside.dk/biskopstorolant/40416458)
Rólant greiður frá hvus-su hann gjørdist sjúkur í hjartanum av eini virus:”Ì August mánaði 2009 lá eg sjúkur við krími í tvær vikur. Eg bleiv við at hosta, og fekk astmaspray, men
hostin bleiv við at vera. Vit tóku lungabílæt, og tað vísti at hjarta hjá mær var ov stórt. Vit fóru so víðari til lækna í Havn, og tá vit komu til Havnar vóru vit so heldig, at ein hjartaserfrøðingur av Rikissjúkrahúsiðnum var har. Eg slapp so til eitt ið eitur ultraljóðscanning hjá honum, og hann sendi tað so víðari niður til kanningar. Ríkissjúkrahúsið vildi so hava meg niður skjótast gjørligt. Hettar var 10 Desember 2009, og vit vóru send akut niður mánamorgunin 14 Desember. Har fór eg so til nógvar kanningar, og fekk ein ICD (heldur eygað við hjartanum) innopereraðan, og fekk nógv medisin. Tí skulu eg, mamma og babba flyta niður. Vit fara at flyta niður um 14 dagar, og eg sleppi so ikki heim fyrr enn eg havi fingið nýtt hjarta. Og tað vita vit ikki hvussu leingi tað verður at bíða eftur einum donori. Eg skal so búgva niðri í hálvt til eitt ár aftaná, so eg komi til at búgva niðri í eina tíð. Men tað skal nokk ganga!”
Gekk skjótari enn vantaðSum sagt so fekk Rólant
nýtt hjárta náttina til leygardagin og sunnudagin ringdu vit til mammu og pápa Rólant, sum júst vóru á Hotel Tórshavn.
Jórun Biskopstø, mamma Rólant, greiður frá at alt hevur gingið so fantastiska skjótt og nógv betur enn tey høvdu roknað við.
Ja, tað eru nógv, sum hava ringt til okkum og stuðla okkum. Tað er eisini nógv biðið og vit kunnu ikki annað siga enn at vit hava fingið bønarsvar.
Eg stóð við kassan í handlinum Fona kl. 16 fríggjadagin, tá fartelefonin ringdi. Í telefonini var ein sjúkrasystur á Ríkissjúkrahúsinum og hon spurgdi um eg var mamma Rólant. Eg játtaði og so segði hon: ” Vi har eg hjerte til Rólant!”.
Klokkan 01:30 náttina til leygardagin var skurðviðgerðin liðug á Ríkissjúkrahúsinum. Klokkan hálvgun nýggju leygarmorgunin vinkaði hann til okkum frá resperatorinum. Allan leygardagin lá hann í resperator og svav. Læknarnir greiddu okkum frá at hann skuldi sova og teir góðu honum nógv morfin.
Hann skuldi bara hava frið og tí vóru vit biðin um at hvíla okkum.
Í morgun (sunnudagin) kl. 9:30 ringdu tey til okkum og søgdu at hann var tikin úr resperatorinum og hevði tað gott. Á veg inn á Ríkissjúkrahúsið segði eg við mannin at nú verður hann nakað í ørviti og fer at tosað ørvitisliga, tí hann hevur verið so nógv doyvdur, men tá vit komu inn á stovuna sæt hann sum ein prinsur í songini.
Hann prátaði sum vanligt og át ein lolly ís.
Hann sæt og hugdi eftir einum serligum føroyskum matarkorti, sum tey hava á Ríkissjúkrahúsinum. Tað er eitt menukort við føroyskum flaggi og fiskafrikadellum, flaki og ”benløs fugl” hvat tað so er. Men hann bað so um kylling og chips.
Í kvøld hevur hann sitið frammi og etið eitt sindur av kylling og drukkið Coca Cola.
Tey hava longu tikið nógvan heilivág frá honum. Hann fekk sera nógvan heilivág fram til skurðviðgerina og nú skal hann so trappa niður.
Hann kennir onga pínu og hevur tað sera gott. Eg
legði eisini til merkis hvussu heitur hann var og hvussu pent reyðar varrarnar vóru. Eisini neglirnar høvdu vakran lit ikki bláar sum tær hava verið í longri tíð.
Hann greiddi okkum frá at ein terapeutur hevði víst hvussu hann skuldi hosta við krossaðum armum.
Jórun greiður frá at tey fluttu til Danmarkar leygardagin í seinastu viku og kundu roknað við at bíða eini trý til fimm ár eftir nýggjum hjartað.
Tey søgdu sum var at man kundi heldur ikki verða vísur í at fáa eitt hjarta.
Týsdagin keypti eg fartelefon við donskum nummari, sum vit altíð skuldu hava uppi á okkum og vit eru ikki meira enn komin uppá pláss nú vit vóru innkallaði fríggjadagin.
Av tí at alt hevur gingið so fantastiska skjótt hava vit heldur ikki havt stundir til at samla tankarnar. Tá vit fingu boðini fríggjadagin vóru eg og maðurin ein túr, meðan Rólant lá og svav á Hotel Tórshavn.
Tá vit so løtu seinri koyrdu út á Ríkissjúkrhúsið spurgdi eg Rólant um hann var nervøsur.
Nei mamma alt vir
ka so óveruligt, segði hann.
Ein avbjóðandi tíð fyri frammanJórun, Regin og Rólant skulu eftir ætlan verða í Danmark í hálvt ár eftir operatiónina og ikki at siga so eru tey sera takksom fyri tær heilsanir og forbønir sum hava verið fyri teimum.
Men eftir eina so krevjandi skurðviðger skal ein roknað við at vit nú fara inn í eitt tíðarskeið við stórum avbjóðingum. Tey hava sagt við okkum at vit skulu eisini rokna við afturstigum og vit sleppa ikki heim til Føroyar fyrr enn um hálvt ár.
Eg havi ikki mussa hann enn og vit eru einastu fólk, umframt læknar, sum sleppa at vitjað hann. Hann skal haldast burtur frá øllum smittuvanda, so vit vaskað okkum áðrenn vit fara inn til hansara. Hann skal eisini busta tenn fýra ferðir um dagin og soleiðis mugu vit hugsað um at verja hann fyri øllum smittivanda.
Hann kemur at taka heilivág restina av lívinum men um hálvt ár skuldi hann verið til reiðar at koma heim til Føroyar.
Fyri júst fýra árum síðan fekk Rólant nýtt hjarta og nýtt lív
RÓL ANT FEKK NÝ T T HJARTA
18. nov. 2010. Jason Watt og Rólant koyra kapp á PlayStation
Jórun hevur úr atgera við at klistra
fyri stikk-kontaktir áRíkissjúkrahúsinumtí tað gýsur illa ogtað er sera kalt.
Í dag fekk Rólanteina serliga vitjantá Ólavur Thune
kom á gátt.Mánamorgunin varRólant aftur lagdur undirfulla narkosu, nakað sumhann hevur vant seg við.Læknarnir skuldu kannaum kroppurin framhald-andi stoytti nýggja hjartafrá sær. Læknarnir brúkaein skála, sum eitur null,eitt, tvey og trý. Tað erufimm dagar millum hvørjakanning og fyri at Rólantskal verða útskrivaður avRíkissjúkrahúsinum, skalhann hava fingið tveireftirfylgjandi “nullarar”.Í seinastu viku fekkRólant fyrst ein ”eittara”,síðani ein ”tveyara” og tívar bíða í stórum spenning-ini efir úrslitinum av kann-ingini mándagin.
Av tí at kropurin roynir atstoyta hjarta fær Rólantsterkan heilivág og sjálvurmálbar Rólant seg við attað kendist sum um húðinbrendi uttan á kroppinum.Á Facebook mánamorgu-nin skrivar Rólant at hannhevði sovið sera lítið allanátta, tí hann var so spenturat vita hvat kanningin vísti.
Endiliga kom svariðMánakvøldið skrivarJórun í telduposti tilNorðlýsið at tað var einlætti tá svarið endiligakom.
- Svarið bleiv ein ”eitt-ari” og hetta fegnast vit umtí seinast fingu vit ein”tveyara”.- Læknarnir søgdu at núsá betur út enn seinast táteir framdu ”biopsiroyndi-
na” - Mamma – tað er beturvið einum ”eittara” enneinum ”Trýara” segðiRólant eftir at læknin hevðitosað við okkum. Men vitvóna at tað næstuferð verð-ur ein ”nullari”.
- Hetta er sum at spæla ílottaríðinum. Vit sita hvønnmánadag frá kl. 7:30 og út áseinanpartin og bíða eftirúrslitinum og nú bíða vit spaftir eftir næstu kanning,skrivar Jórun í telduposti-num mánakvøldið.
Nýggja hjartað virkar væl.- Ein lækni á hjartadeild-ini hevur greitt frá at av tíat gamal hjartað hjáRólanti var so sjúkt, erblóðið ikki komið runtallan kroppin. Hetta tekurnakrar mánaðar at fáa ílagið aftur. Eg var eisini
bangin tá eg sá hvussu blábeinini hjá Rólanti vórueftir skurðviðgerina, mennú vita vit hví og so hug-sað vit ikki meira um tað.- Í morgun tóku vitmyndir meðan Rólant lá áoperatiónsborðinum. Herhevur hann ligið hvønnmánamorgun og bíða eftirat verið burturdoyvdur.Hvønn morgun taka teyblóðroyndir av honum, sotit kunnu ætla at hann hevurnógv blá merkir á kroppi-num.- Annars er lagið gottbæði hjá okkum og Rólanti,men vit hava ikki hugsaðum hvar vit skulu halda jólí ár. Seinasta ár hildu vit jólá Ríkissjúkrahúsinum, menvónandi verður tað ikki í ár,skrivar Jórun í telduposti.
Ólavur Thune vitjarÍ dag fekk Rólant eina
sera jaliga vitjan. Tað vartá, Ólavur Thune úrStreymesi, sum fekk nýtthjarta fyri tveimum árumsíðan, kom á vitjan.-Ólavur Thune hevurverið góður ráðgeviokkum, sigur Jórun.- Vit hava ringt til hann távit hava havt spurningar oghava ivast um gongdina, ogaltíð hevur hann verið róli-gur og sagt at hatta skalnokk javna seg.
- Tak tað róligt – hattaskal nokk koma uppá pláss,hevur hann sagt hvørja ferðtá vit hava verið í iva.Hann fekk sum sagt nýtthjartað fyri tveimum árumsíðan og nú er hann aftur tilkontrol á Ríkissjúkra-húsinum, nakað sumRólant eisini skal venja segvið. Sjálvur sigur Ólavur atman altíð er líka spentur atvita hvat royndirnar siga.
22
NR. 42 MIKUDAGIN 1. DESEMBER 2010
Krevjandi kanningarog gjøstur á Ríkissj
Ólavur Thune t.h. hevurverið ein góður stuðul ográðgevi hjá Rólanti ogfamilju hansara.
Ólavur Thune fekk nýtthjarta fyri tveimumárum síðan og er her avmyndaður
saman við Rólanti í vikuskiftinum.
Ein átta ára gamal smá-drongur, sum bleiv útskri-vaður við nýggjum hjarta,tá Rólant varð innlagdurvar eisini til kanningar ídag.
Nógvur gjøstur áRíkissjúkrahúsinum.Tá vit tosaðu við Jórun ogRólant mánakvøldið lótutey illa at kuldanum sumherjar danska høvuðssta-ðin.
- Tað er so bítandi kalt íløtuni og tað hevur veriðnógvur vindur. Eg eri ikkivon við at hoyra vind íKeypmannahavn. Men sei-nastu dagarnar hevur veriðnógvur vindur at hoyra.- Og so gýsur tað so illa ádeildini. Tað gýsur umvindeygu og inn gjøgnumstikk-kontaktir. Eg gjørdibart gjáranáttina og legðieina dýnu fyri vindeygakar-min og klistraði fyri allarstikk-kontaktir har gjøstu-rin stóð inn gjøgnum.Rólant flenti at mær í mor-gun tí ein sjúkrasystir, sumskuldi kanna hann spurgdium ongar stikk-kontaktir
riggaðu á stovuni. Tá flen-ti Rólant og greiddi frá attað var mamma hansarasum hevði klistra fyri.- Vit eru sostatt væl balla-ði í stúku og ullintum undirklæðum. Men í dag havamenn verðið og hugt eftirumstøðunum og í kvøld erheitt og huganligt á deildi-ni.
Stuðla Rólanti ogfamiljuni
Hetta er ein stravin tíð fyrifamiljuna hjá Rólanti ogtað næsta hálva árið skuluforeldrini og Rólantbúgva í Keypmanna-havn. Hóast foreldrini hjáRólant búgva á HotelTórshavn og eta vanliga áhotellinum ella á ríkissjú-krahúsinum, so hava teynógv-ar aðrar útreiðslurav at hava húsarhald íFøroyum og í Danmarktað næsta hálva árið.
Norðlýsið hevur tí í sam-ráð við foreldrini hjáRólanti, Regin og Jórun,fingið loyvið til at vísalesarunum okkara á einastuðulskonto - sum lesararkunnu flyta pening til umtey ynskja at stuðlaRólanti og familju hansa-ra.
Stuðulskontoin hjáRólanti og familjuni er í
Norðoya Sparikassa
konto nr.: 9865-4077207
NR. 42 MIKUDAGIN 1. DESEMBER 2010
23
ar, vindur júkrahúsinum
Jórun hevur úr at gera. Hon skal blaði verða sjúkrarøk-tari, telefondáma og blaðkvinna á Facebook.
Jórun er inni hjá Rólant meðan bíðja verður eftir narkosulæknanum.
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 15
Fyri júst fýra árum síðan fekk Rólant nýtt hjarta og nýtt lív
Stabbin á Hellisenda við Borðoyarvík, hevur verið ein “ikon” hjá ættarliðunum síðani kríggið.
Fyri stuttum gjørdi lesari okkum kunnugt, at so nógv nú er máðað undan stabbanum, at hann neyvan heldur leingi afturat ímóti ógvusliga briminum ið leikar í har, bert hann lotar á lágætt.
Eg ringdi til Janus Hansen, ið býr tætt við har og bað hann taka nakrar myndir. Hesar myndirnar vísa skilliga, at nógv er fari undan stabbanum, og skal hann blíva standandi, so er helst neyðugt at onkur tekur um endan og fær bøtt upp á støðuna.
Tá hetta kom fram alment, ringdi Jóhan Dávid Joensen úr Noregi og segði frá, at Jógvan Gerðalíð, sáli, einaferð hevði sagt sær, at “nú var søgan um stabban skrivað”. – Vit vendu okkum so til systkinini Henny og Øssur Gerðalíð, og tað var leyst og liðugt beinanveg, at vit kundu fáa hetta brotið úr endurminningunum hjá Jógvan Gerðalíð.
Søguna hevur hann skri-vað niður í 2003. Vit endu-rgeva hana orðarætt her, tó hava vit gjørt nakrar yvirskriftir:
Stabbin á HellisendaNær vit byrjaði at svimja á Borðoyavík minnist eg ikki rættiliga. Men summari 1938 vóru vit so farnir at svimja hvønn morgun áðrenn farið varð til arbeiðis.
Svumu í 14 árUm eg minnist allar sum svumu fast øll árini, veit eg ikki, men hesir vóru so í hvussu er í nøkur ár. Nær vit góvust kann eg ikki við
vissu siga, men í 1952
vóru vit so ikki givnir.Teir sum hildu longst
á vóru Theodor við Keldu og eg. Nú meini eg við at svimja hvønn morgun, líkindi vóru.
Teir ið við vóru til at byrja hetta, at svimja á Hellisenda vóru, Theodor við Keldu, Jógvan Gerðalíð, Jógvan Skorðheim, Dánjal Dánjalsson, Jens Sofus Isaksen, Erling Høgnesen, Niels Vang, Elmar Gregersen og kanska onkur annar, eg havi gloymt..
Stabbin verður gjørdurÍ samband við svimjingina, lótu vit ein stabba gerða, til eina springfjøl. Hann varð stoyptur og man vera um ein metur høgur. . tvey op eru nær ovara enda til at seta springfjølina í. Annað vatnrætt og hitt ovara eitt sindur hall á, so fjølin fór longur upp á uttara enda, og tá mundu verða einar 3 metrar frá sjónum.
Erling var sumselur í luftiniJógvan Martin í Niðristovu stillaði upp og vit báðir stoyptu stabban. Eikiplankan fingu vit av bedingini hjá Kjølbro. Hann mundi vara einar 3 metrar langur. Tint út í spíss so hann fjaðraði væl tá vit stóðu og
hoppaðu á honum. Men tað var mest bara Erling sum var nóg kønur at kava av honum.
Hetta av, at tað var ov grunt, fyri teir sum ikki dugdu kynstrið. Erling var sum ein selur í luftini, og tá
hann stakk seg undir kom hann upp aftur alt í einum.
Vandamikil ítróttEg royndi hetta nakrar ferðir, men tá eg tað einu ferð skuldi kava, kom eg
heldur hart at renna høvdið í botn. Eg fekk ógvuliga ilt. Ikki fyrr enn seinni fekk eg at vita hvussu vandamikið hetta er, at koma við høvdinum fyri og stoyta seg á botnin. Hetta kann gerða at tú kemur at fáa so stóran
skaða, og verður avlamin.Henda dagin var fjøra og
sandurin nógvur, so ta var ov grunt. Tað er ofta tá lágætt hevur verið og so hann kemur útav, at sandur legst upp.
Hetta varð seinastu ferð eg kavaði út av stabbanum.
Enn hýkur hann Onkur helt at stabbin fór ikki at standa veturin yvir. Enn hýkur hann. Nú verður hann í summar 2003, 65 àr.
Tað fór at runa nakað tann dagin vit stoyptu, og nakað varð máað undan botninum. Hetta skuldu vit gera tá líkindi vóru.. Onkuntíð munnu tey hava verið, men enn hava vit ikki
fingið í lag at hampa hann. Tó enn stendur hann.
Aðrir royna segHvat fjølin bleiv av, veit eg ikki, men nøkur ár seinni fóru so nakrir unglingar at seta eina fjøl í.
Hon var eisini av bedingini hjá Kjølbro. Leivur Fonn og Janus hjá Alex av Húsum gjørdu hana.
Teir vóru lærlingar á bedingini. Leivur sum altíð skal vera fyrstur, reiv seg
Í 14 ÁR SVUMU TEIR ÁSJÓNUM HVØ NN MORGUN
Mynd: Janus Hansen
Stabbin uml. 1925
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201416
úr klæðunum.Hetta fortelur Janus mær,
einaferð vit vóru í 43 ára føðingardegi hjá Zankey Viðstein.
Leivur fer út á fjølina, tekur nøkur fjarðandi hopp og skal so seta tað síðsta avgerandi springið, og bang segði fjølin, og springfjølin og Leivur svumu so kapp undan hvørjum øðrum fyri
ikki at nakar skaði skuldi standast av eksperimentinum.
Annar planki kom ongantíð aftur í stabban. Janus man mangan planka hava evna síðan tá og sett á skipaborð, og hevur vist av hesi roynd eisini lært at meta um dygd, men hesaferð bilti..
Sjógvurin er kaldari fyri niðan EiðTheodor og eg svumu í nakrar vetrar eisini. Dánjal svágur segði fyri mær, at seinni í tíðini svumu hann og Elmar eisini um veturin. Tað er so lítil munur á hitanum her á víkini, summar og vetur. Tað kaldasta vit máldu var 5 stig.
Eg haldi sjógvurin kemur
ikki verða hægri enn 1213 stig, og tá skal tað vera inni við land, har sólin ger mun.
Fyri niðan Eið, har verður sjógvurin so kaldur, at tað við hvørt frystur. Tað man vera av tí, at har stendur sjógvurin mest sum stillur. Eisini rennur meira vatn á Vánni enn á víkini, í mun til mongdina av sjógvi.
Tað er nógvur munur á
frekvensinum, á ljóðinum, í hita, og so tá kaldast er. Tann sum ikki hoyrir tað er ikki nakað serliga mussikalskur.
Í kulda skróvar nógv meira í sjónum, tá tú svimur, enn í hita. Onkur vil ikki trúgva mær. Heldur ikki tá eg sigi at um tú rørir í einum tekoppi við tevatni í, meðan tú hellur mjólk
spakuliga í, so dalar tónin munandi. Lurta bara.
Svam um VíkinaEinaferð vit vóru um at vera lidnir at svimja, tók eg mær fyri at fara at svimja yvir um víkina.
Hinir vóru farnir til hús. Eg var einsamallur eftir. Tað mundi verið mítt síðsta.
Eg setti kós yvir móti Vágkletti. Komin nakað miðskeiðis á leiðini, merkti eg at eg fór at kólna.
Hugsaði hvat eg skuldi gera. Eg var so langt frá landi, at tað visti seg vera líka langt at venda aftur, sum at halda fram.
Eisini vísti tað seg at vera langt beint inn í Flesjarnar. Eg helt so bara áfram, móti Vágkletti.
Eg hevði fingið krampa í fingrar og tær. Tá eg at enda kom inn og upp, var eg so illa komin at beinini vóru líka við at hokna.
Eg fór so niðan á bakkan og royndi hvat eg kundi at koma mær yvir á Hellisenda, og í klæðini og so til hús at fáa hita í kroppin. Men tað skuldi ganga leingi til eg var til passar aftur.
Ringast kom Jógvan Skós burturúrEina aðru ferð stóðu vit og
Mynd: Janus Hansen
Mynd: Janus Hansen
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 17
Jógvan Martin Joensen uttast t.v. Erling Høgnesen Jens Sofus Isaksen
Karla Dánjalsson, kona Dánjal, heldur seg minnast at áðrenn stabban kavaðu menninir frá einari avmonteraði minu(niðast til høgru á myndini)
Dánjal DánjalssonSímin Ellmann GregersenJógvan Martin Skorheim
Theodor við Keldu
Niels Vang
ivaðust um tað ikki mundi vera ov mikið av brimi. Men so fóru nakrir útí.
Tað mundi eisini verði galin endi. Meðan vit svimja komu nøkur stór óløgi.
Theodor og eg hildu út móti og kavaðu tá brotini komu, so vit sluppu bara væl burtur úr tí. Verri var við Jens Sofus, hann var so nær við land at hann varð slongdur niðan í mølina, men tað er heilt ófatiligt at hann ikki fekk skaða.
Hann fekk nakrar skoynir her og har, men ikki til bága. Ringast kom Jógvan Skós burtur úr øllum.
Hann var tætt við Hellisenda tá óløgini komu, og
var sendur í einum óløgi niðan eftir hellini. Øll onnur liðin var skammfílað, og hann fekk skaða í annað beini. Hann gekk langa tíð í galossjum og kundi ikki fara í skógv.
Vit kavaðu undir brotiniEin dagin vit svumu, hetta var um heystið. Vit flettu kúgv henda dagin í roykstovuni.
Tað var nakað av brimi, og vit kavaðu undir brotini.
Tað var ofta so nógv trýst á oyrunum at tað súsaði í tá vit komu upp á land. Men henda dagin var reint galið.
Eg kom niðan at fletta kúgv vit høvdu dripið. Komin niðan í roykstovuna,
fór eg at fletta, og tá eg helti meg framyvir rann so nógvur sjógvur úr nøsini, at eg tími ikki at siga frá tí, tí eingin trýr mær.
Men høvuðpínan var øgilig. Hetta, at svimja í so nógvum brimi tordi eg ongantíð aftur. So mikið dygt tók tað.
Niels Vangtroystaði sær bestTað at eg var so glaður at svimja var ikki tí at eg troystaði mær nakað serligt. Heldur illa. Fór eg ikki við høvdinum fyri, fór eg ikki útí.
Niels Vang troystaði sær so væl at hann næstan altíð vassaði spakulia út, so langt
til hann flotnaði.Niels Vang var ein sera
áhugaverdur persónur. Urtagarðs maður burturav.
Hann hevði við hús síni, eitt tá í tíðini stórt grundstykki, sum hann nýtti út í æsir.
Eg veit ikki um hann hevði dunnur. Tað kundi hent, tí hann hevði mark við Ósánna, men høsn hevði hann tað minnist eg.
Hvørja løtu um tað tíðina, váringin var og út móti vetrinum, var hann har, og ilt er at vita hvussu nógvar tímar hann og kanska Diddan við, puttlaðust har.
Hvussu nógvar malagrótsteinar hann hevur borið úr mølini við handklæðinum
tað veit eg ikki, eg haldi at hansara handklæði, hann var jú frammanfyri tíðina, sum man sigur nú, og hevði baðikar, og stórt baðihandklæði. Minnist eg rætt so brúkti hann steinarnar til at stykkja bedini sundur í teigar, ella stykki.
SálarhirðiNiels var fyri meg góðu stuðul. Altíð glaður, smílandi, hóast álvarsamur.
Hann var eisini sálarhirði. Hvat seyðurin í haganum í Barmi hugsar um fylgið sítt, veit eg ikki. Men ov lítið man eg hava virt tað hann gjørdi fyri ein unglinga, ið fór av landinum.
At Harrin hevur virðis
mett røktarin, ivist eg onga løtu í. Takk fyri Niels..
Nú var lagamanni at svimja
Tá so svimjihøllin kom, helt eg at nú var lagamanni at svimja, tí nú var vatnið fløtt.
Eg var eina tvær ferðir og so gavst eg. Veit ikki hví, men helt tað vera so tómt, bara at svimja aftur og fram í sama stað.
Nú verður høllin umvæld og kavivippan tann hægsta tikin burtur. Tornið vekk og takið runt eins og á eini barakk. Men eg haldi at hon riggar minst líka gott sum hin.
Jógvan Gerðalíð
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201418
Í samband við at tað í ár eru liðin 50 ár síðani Be-tesdakórið sum blandað kór gjørdi sína fyrstu uttanlandsferð, verður ein serlig løta í Betesda mikukvøldið 19. nov.
Kórið sum fór til Danmarkar var mannað við 33 sangarum og kórleiðari var Líggjas á Váli.
Ferðin vardi fýra vikur, har vitjað varð í Keypmannahavn, Haderslev, har sungið var á samfelagsmøtunum og í Århus.
Teir sum fingu ferðina í lag vóru Jógvan Gerðalíð og Robert á Lakjuni, meðan Brynleif Hansen legði ferðina tilrættis í Danmark.
Á møtinum mikukvøldið 19. november verða nakrar frásagnir, myndir verða vístar og smærri sangbrot
verða eisini spæld frá plátunum, sum tá vórðu tiknar upp. Eyðun Elttør fer at
tosa um: “Týdningin av at breiða út orð Guds”.
Øll eru hjartaliga vælko
min og ein drekkamuður verður aftaná møtið.
Jógvan við Keldu
BETESDAKÓRIÐ - DA NM A RK FERÐ F Y RI 50 Á RUM SÍÐA NI
Føddur 5. november 1929– andaðist 18. september 2013
Góður, blíður og skemtingarsamur. Góði pápi, hesi orð eru tey fyrstu, ið koma fram fyri meg, nú eg havi sett meg við tangentarnar, at skriva minningarorð um teg. 5. november hevði tú verið 85 ár.
Pápi var ein sera góður og umhugsin pápi. Var virkin í okkara uppvøkstri og frammanfyri sína tíð á hesum økinum. Tað eru vit sera takksom fyri. Hann var eisini ein góður maður, verpápi og abbi. Altíð áhugaður í tí, tey nærmastu tókust við og dámdi so væl at tosa við okkara vinfólk. Pápi vaks upp undir trongum korum og misti pápa sín longu sum 11 ára gamal. Tó var heimið ríkt mentanarliga og samanhaldið í familjuni gott. Soleiðis er tað fortalt fyri okkum.
Pápi fór í realskúla og síðan út á Havnaskrivstovuna, sum tá var úti í Klaksvík, at arbeiða. Hansara lívsleið gjørdist innan skrivstovuyrkið hjá kommununi, har hann tey flestu árini tók sær av tí sosiala arbeiðinum og ábyrgdini yvirfyri borgarum í Norðoyggjum. Hann hevði ans fyri menniskjanum, og hevði
stórt hjarta fyri teimum, har korini vóru trong og fyri teim veikastu. Óteljandi brøv hevur hann skrivað fyri menn og kvinnur, ið høvdu tørv á hjálp.
Bøður, Borðoyavík og musikkur eru eisini hansara eyðkenni. Á hvørjum ári varð hoyggjað á Tjaldrafløtti. Hann brýndi líggjan og fór í gongd. Hann vísti okkum, hvar á Tjaldrafløtti kúlurnar frá bumbuflúgvaranum raktu og allur bøurin var skræddur upp, tá Klaksvíkin bleiv bumbað undir 2. heimsbardaga. Abbabørnini hildu hetta vera sera áhugavert og veruleikafjart. Men hetta var nakað, hann hevði upplivað.
Seyðurin í Uppsalahaga var
honum eisini kærur, og seinastu árini brúkti hann nógva tíð upp á at røkja seyðin, hann hevði á heimabeiti. Báturin á Borðoyavík var eisini ein av hornasteinunum, og mangar átti hann løturnar á víkini á yngri árum. Men ikki minst var Klaksvíkar Hornorkestur honum kært. 5. mai 1950 var hann við til at seta á stovn Klaksvíkar Hornorkestur og spældi sjálvur við, og førdi eisini dirigentstavin av og á, til hann í 90’unum vegna sjúku ikki kundi spæla meir. Tó fór hann ofta til venjingar at lurta, hvat hornorkestrið hevði á skránni.
Pápi og mamma, Elinborg Højgaard Christiansen, giftust í
Húsa Kirkju í 1960 og tiltikin er teirra vígsla, tá kirkjan fyltis við familju, gestum og hornblástri. Ein minnisríkur dagur, sum førdi við sær eitt gott og ríkt lív. Tit fingu okkum, trý børn, versbørn og 7 barnabørn og høvdu ein breiðan vinarskarða. Vit minnast væl mammu og pápa í fagrasta blóma, tá tey millum annað á hvørjum ári fóru til musikkstevnu, og har knýttu vinarbond til nógvar hornblásarar um landið og serliga til hornorkesturfólk í Fuglafirði og í Runavík, sum vit eisini hava nýtt gott av. Tit høvdu tað gott og stuttligt.
Í 50’unum spældi pápi eisini í Sóljuni. Han spældi saxofon. Hetta orkestrið var samansett av trompet, harmoniku, saxofonum og trummum, og spældi av og á til dans í gomlu dansistovuni í Klaksvík.
Pápi var virkin í mentanarlívinum í Klaksvík bæði til gaman og álvara. Hann var í kirkjuráðnum, tá Christianskirkjan var bygd og stóð liðug í 1963. Tí var hann eisini biðin um at avdúka eitt av relieffunum í Christianskirkjuni, sum Edward Fuglø hevur gjørt, í tøttum samstarvi við Sjúrða Sólstein. Hetta var framt við hátíðarløtuna 30.
juni í 2013, og var hetta ein av seinastu handlingum hansara. Relieffið pápi avdúkaði var tað fyrsta í røðini av 12, nevniliga Boðanin. Góðar tveir mánaðir eftir hetta, vóru boð eftir pápa, tá hann andaðist 18. september. Tá høvdu mamma og pápi verið gift í góð 53 ár. Ein av seinastu sálmunum, ið bleiv sungin fyri honum, var sangurin “Nú hvítna tindar”, hjá N.F. S. Grundtvig og sum Robert Joensen, sum í mong ár var starvsfelagi hjá pápa, hevði týtt og tillagað. Haldi at seinasta ørindi hóskar væl til, hvussu pápi hugsaði um ævinleikan.
“Og eina ferð vit fáa boð,tá síðstu ferð vit anda.Úr heiminum vit fara so,hjá tær um ævir standa”
Góði pápi. Tú ríkaði okkum lívið, tú gav okkum tryggleika og vísdóm. Og eftir teg standa smáir varðar, til minnis um ein mann, sum hevði ans fyri menniskjum.
Friður verið við minninum um okkara kæra pápa, Sámal Christiansen.
Barbara, Jóhanna og Janus
M inningarorð um pápa okkara – Sámal hjá Barbu, K laksvík
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 19
Tað stundar til val í Grønlandi. Valið fyri hálvum øðrum árið síðanisnúði seg lut-falsliga nógv um grønlendskt sjálvstýrið, men soleiðis er ikki uppundir valið hesaferð. Lands-stýrisformaðurin (nú fyrrverandi), Aleqa Hammond, væntar ikki sjálv-stýrið í sínari tíð, hóast hon kundi ynskt tað. Tveir teir størstu flok-karnir hugsavna seg meira nú burðardyggan grønlendskan búskap og yvir-høvur meira skil á tann grønlendska fíggjarpoltikkin.
Danial Viðoy
Aleqa Hammond, fyrrverandi landsstýrisformaður í Grønlandi, hevði undan seinasta valið sjálvstýrið á tunguni javnan, men nú tegir hon. Nú er vend í holuni. Grønlendskir politikarar viðurkenna, at sjálvstýrið liggur langt frammi í tíðini.
Fríggjadagin 28. november verður valí GrønlandiLandstingsval var hildið so seint sum í mars í 2013, og tá endaði Siumut við Alequ Hammond á odda. Men Hammond legði bein fyri egnan flokk, tá ið neyðugt var at skriva út nýval, tí hon hevði brúkt omanfyri
hundratúsund krónur av almennari konto.
Siumut hevur havt valdið í Grønlandið síðani 1979, undantikið tíðarskeiðið frá 2009 til 2013, tá ið IA (Inuit Ataqatigiit) við Kuupik Kleist hevði valdið. IA liggur ytst á vinstravonginum, og kann samanberast við Socialistist Folkeparti í Danmark. – Siumut merkir framá og grundarlagið er demokratisk sosialisma.
Sambært seinastu veljarakanningini seinast í oktober stendur IA seg betur. IA fekk í veljarakanningini 40,8 prosent og Siumut 34,5 prosent.
Sjálvstýrið ikki upp á talTað kemur ikki upp á tal, at Grønland takkar Danmark fyri samstarvið og fær sjálvstýrið. Grønland er ikki ført fyri tí í løtuni. Enn er ongin yvirskipað ætlan um, hvussu Grønland skal fáa sum mest burturúr øllum ráðvørum og tilfe
ingi, Grønland eigur og í roynd og veru hevur nokk av. Grønland hevur langt frá sjálvberandi búskap. Blokkstuðulin úr Danmark er áljóðandi 3,6 milliardir árliga og tað skulu nógvar tillagingar til, áðrenn grønlendingar kunnu siga ’nei takk’ til hesa upphæddina.
Úrtøka frá oljuvinnuni liggur eini 2050 ár í framtíðini. Og enn er ikki vist, um tað yvirhøvur er nøkur olja, siga geologar.
Aleqa Hammond avdúkaði farna val, at hon hevði ein dreym um sjálvstýrið í hennara tíð. Men hon viðurkennir nú, at hetta verður trupult at útinna.
Báðir teir stóru flokkarnir Siumut og IA eru klárir yvir, at snakk um sjálvstýrið ikki er skilagott og langt frá veruleikanum. Hetta siga teir, hóast dreymaynski hjá báðum flokkunum er grønlendskt sjálvstýrið.
Sjálvstýrisdreymarnir
hava fingið eitt bakkast. Flokkarnir vilja í staðin snakka um breiðari samstarv í Landstinginum, núverandi sosialu trupuleikarnir og ovurhonds fíggjarligu avbjóðingarnar, sum standa fyri framman. Hetta krevur eina røð av nýggjum reformum og lógum innan t.d. fiskivinnu, útbúgving og skattarviðurskifti, fyri at fáa gongd í økonomisku samfelagshjólini.
Vit eru bert meira realistisk og pragmatisk, tá hugsað verður um sjálvstýrisspurningin, tí vit síggja, at Grønland er undir fíggjarligum trýsti, og tað er týdningarmiklari at fáa skil á sosialar trupulleikar í landinum. Hetta er bert ein spurningur um raðfesting, sigur Sara Olsvig, sum er formaður í IA.
Hon leggur dent á, at sjálvstýrið er eitt sjálvsagt endamál fyri IA, men tó er týdningarmiklari at tryg
gja tryggar umstøður fyri grønlendska fólkið, og at skapa ein støðugan búskap.
Samstarvið við Danmark endar ikki hetta ættarliðiðNýggi formaðurin í Siumut, Kim Nielsen, sum tók yvir eftir orrustuna við Alequ Hammond, er samdur við Saru Olsvig. Tað eru tær fíggjarligu avbjóðingarnar, ið standa ovast á breddanum.
– Og tað liggur nógv rúgvismikið fíggjararbeiðið fyri framman, áðrenn Grønland fær sjálvberandi búskap, og har við møguleika fyri sjálvstýri. Tað verður ikki hetta ættarliðið, sum kemur at uppliva sjálvstýri, sigur ein avgjørdur skrivari hjá Siumut, Kenneth Rasmussen.
Ríkisfelagsskapurinhevur ligið í dvalaFráfarandi formaðurin í Siumut, Aleqa Hammond,
legði mest sum upp til eina uppgerð mótvegis Danmark og dønum í síni stuttu tíð við valdið. Politiskir viðmerkjarar søgdu, at hon í síni tíð royndi at byrja eitt slag av grønlendskari nationalismu.
Við danska blaðið, Information, segði hon, at tað besta hon hevði fingið úr Danmark, var brún sós. Í somu grein gjørdi hon greitt, at Grønland ongantíð hevði biðið Danmark at ”kolonisera seg”!
Hesin ágangandi framferðarhátturin hjá farnu grønlendsku samgongu hevur skatt danska og grønlendska samstarvið, siga serliga danskir politikkarar og politiskir viðmerkarar. Og tað hevur gjørt, at ríkisfelagskapurin hevur ligið í dvala.
Spurningurin er so, hvussu vorðið verður eftir grønlendska valið 28. november.
PRÁTIÐ UM SJÁLVST ÝRIÐ K Ø LNAR Í GR Ø NL ANDI
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201420
Sum vanligt mynda ovaru liðini í deildini plássini, tá árs-ins lið við bestu leikarunum skal veljast.
Jákup Ósá
B36 var stóri vinnarin í ársins fótbóltskapping. Hóast eingin, og ei heldur B36 leiðslan sjálv, hevði væntað eitt FM heitið, so var tað gjøgnum stóran part av kappingini í stórum stíli, at B36 vann. Hetta flotta úrslitið sæst eisini aftur, nú ársins bestu skulu veljast. Alt er útvalt útfrá Effodeildini og ikki avrikum í steypakappingini ella dystunum í Europa kappingunum. Leikskipanin er 4312 og er vald fyri at geva pláss fyri so nógvum av teimum bestu leikarunum sum møguligt.
Ársins lið (4-3-1-2)Um ársins lið er at siga, at
fyri áleið helvtina av liðnum er lætt at seta nøvn á teir bestu, meðan størri ivamál eru um nøkur pláss. Til álopsplássini og kan
tarnar er kappingin hørð, meðan tað í verjuni eru færri uppløgd evnir.
Málverji:
Teitur M. Gestsson (HB)HB málverjin er tann málverjin, sum hevur hildið málið reint oftast og er tann málverjin, sum hevur latið
fæst mál inn. Teitur átti sín lut í sigursmálinum hjá KÍ í dystinum í Klaksvík, men annars hevur Teitur ikki beinleiðis kostað nakað
mál alt kappingarárið. Tí kostar hann ikki eins nógv mál sum aðrir. Avrikið hevur verið sannførandi, sum hagtølini eisini tala fyri.
EFFODEILDIN: NORÐLÝSIÐ VELUR BESTU LEIK ARARNAR
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 21
Høgri bakkur: Bárður Hansen (Víkingur)Á høgra bakki er heldur eingin ivi. Bárður Hansen úr Víkingi hevur nú yvirhálað allar aðrar bakkar í deildini og er fult uppiborið komin á Alandsliðið. Leggur upp til nógv mál og hevur sína styrki í álopspartinum, men er eisini støðugur í verjupartinum hóast smávegis veikleikar í onkrum dystum.
Miðverji: Jóhan T. David-sen (Hb)Miðverjin hjá HB hevur kostað okkurt mál, men er framvegis lyklaleikarin í verjuni, sum bara hevur latið 20 mál inn í ár. At HB liðið ikki hevur spælt eins álopskent sum í fjør hevur kanska eisini virkað til, at verjuparturin hevur havt lættari við at lata færri mál inn.
Miðverji: Hørður Askham (B36)Hvør skal hava seinna plássið í miðverjuni er meira trupult. Her er ikki nakað upplagt val av leikara, sum gjøgnum alla kappingina hevur spælt á støðugt høgum støði. Valið fellur á Hørð Askham hjá B36, hóast eitt reytt kort í endaspurtinum, sum kundi
kostað dýrt. B36 hevur hóast gott álopspæl heldur ikki latið nógv mál inn. Einasti miðverjin, sum hevur spælt næstan alla kappingina er Hørður Askham. Hóast unga aldurin, so hevur hann tikið ábyrgd og tað gjørdi, at annar ungur miðverji, Andrias Eriksen, stóð seg væl, tá hann fekk sínar fyrstu dystir í bestu deildini.
Vinstri bakkur: Alex Mellemgaard (B36)Alex er vinstri bakkurin, sum hevur verið við í flestu málunum. Men har eru fleiri komin eftir deyðboltsstøður. Í verjupartinum hevur Alex ikki altíð sæð so sannførandi út, men samlað sæð yvir alt árið hevur hann munin á kappingarneytunum til plássið sum vinstri bakkur á ársins liði.
Sentralur miðvallalei-kari: Róaldur Jakobsen (B36)Nú Súni Olsen var farin úr felagnum kom meir ábyrgd at hanga á Róaldi Jakobsen á sentrala miðvøllinum hjá B36. Róaldur er vaksin við ábyrgdini og hevur verið sera avgerandi fyri B36. Serliga fyrsta partin av kappingarárinum skaraði hann framúr, meðan støðið
dalaði nakað gjøgnum kappingina, tá onkrir smávegis skaðar eisini argaðu. Hóast Róaldur ikki hevur verið fremst á listunum við málum og uppleggum, so er hann sera avgerandi í spælinum longri afturi á vøllinum hjá B36.
Sentralur miðvallarleika-ri: Ndende Adama Gueye (KÍ)Àðrenn summarsteðgin var Ndende sera eyðsýndur. Síðani lækkaði støði, men seinastu dystirnar spældi hann aftur á høgum støði. Samanlagt hevur Ndende verið klárt besti leikarin hjá KÍ hetta kappingarárið og hóast hann ikki hevur ein beinleiðis álopskendan leiklut, so hevur Ndende skorað 6 mál og lagt upp til 5 mál, sum eru góð hagtøl afturat øðrum góðum dygdum hjá dugnaliga miðvallarleikaranum.
Sentralur miðvallaleika-ri: Fróði Benjaminsen (HB)Fróði ’’eigur’’ eitt pláss á ársins liði nærum hvørt ár, og soleiðis er eisini í ár. Fróði hevur verið kanska besti sentrali miðvallarleikarin av øllum. Hann hevur skorað nógv mál og lagt upp til fleiri mál. Harafturat liggur hansara innsats
ur ongantíð eftir, tá liðið skal verja. Aftur í ár sannførandi, hóast nakrar minni góðar dystir í seinnu hálvu.
Hangandi álopsleikari: Lukasz Cieslewicz (B36)Lukasz hevur í ár verið skaðafríður frá byrjan til enda, og tað hevur hann ikki verið seinnu árini. Hetta hevur helst havt ávirkan á, at avrikini hava verið støðug. Lukasz hevur í ár verið meir ein uppleggjari enn ein málskjútti. Men leikluturin var framvegis sera týdningarmikil í B36. Millum bestu leikararnar í kappingini í 2014.
Álopsleikari: Finnur Ju-stinussen (Víkingur)Finnur Justinussen hevur skorað ella lagt upp til 30 av málunum hjá Víkingi. Tað svarar til áleið helvtina av málunum hjá Víkingi. Av málunum, sum Finnur hevur skorað eru tey flestu týdningarmikil fyri at fáa stig, og 10 av teimum eru komin móti trimum teimum sterkastu mótstøðuliðunum.
Álopsleikari: Adeshina Lawal (B36)Adeshina Lawal skoraði 13 mál og legði upp til 11 mál. Næstan øll av hesum vóru sera avgerandi fyri B36 og
liðið tapti ongan dyst, har Lawal skoraði. Tað sigur kanska eitt sindur um stóra týdningin hjá Lawal.
Ársins ungi leikari: Árni Frederiksberg (NSÍ)Ein leikari, sum gott kundi verið á ársins liði er NSÍ vongurin Árni Frederiksberg. Hann hevði U21 aldur hetta kappingarárið afturat og kemur tí undir bólkin sum ungur leikari. 10 mál og 11 upplegg tala fyri seg. Árni hevur verið millum teir bestu álopskendu leikararnar í deildini og hevur hildið eitt javnt høgt støðið yvir alt kappingarárið.
Ársins leikari: Adeshina Lawal (B36)Tað er ikki so lætt sum onkuntíð fyrr at útnevna ársins leikara. Men valið hjá Norðlýsinum fellur á Adeshina Lawal. Hann spældi ein sera avgerandi leiklut hjá meistarunum hjá B36. Hann var toppskjútti og næstan eisini leikarin við flest uppleggum hjá B36. Málini og uppleggini vóru væl býtt yvir alt kappingarárið, og so spældi Lawal sera stóra leiklut, tá teir stóru avgerandi dystirnir vóru. Tað ger, at hann fær munin á øðrum um hendan heiðurin. Í truplu útidystunum í Klaksvík, í
Norðragøtu og í Runavík var Lawal m.a. avgerandi fyri útfallið av dystinum.
Ársins venjari: Sámal Erik Hentze (B36)At velja ársins venjara í 2014 er lætt. Serliga fyri tey mongu, sum ikki væntaðu so nógv av B36 í ár. Tá liðið spældi venjingardystir sá ikki gott út, og helst hava fleiri verið ávirkað av tí, tá vónirnar til B36 skuldu setast undan kappingini. Men Sámal Erik Hentze hevur enn einaferð víst seg sum ein sera dugnaligan venjara, eins og hann gjørdi í HB og AB. B36 hevur vunnið FM og sjálvur venjarin eigur ein stóra leiklut í hesum, tí manningin í B36 var ikki sterkari enn hjá fleiri øðrum liðum. B36 koyrdi væl sum eitt lið, har nógvir leikarar tóku ábyrgd. Flott liðavrik og flott venjaraavrik!
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 201422
STOPP SK AT T TAKK 2
Jógvan Skorheim borgarstjóri segði á seinasta býráðsfundi, at ketan hjá honum leyp av, tí undirritaða var ímóti at hækka skattin, nú so nógvur peningur kom inn í kommunukassan. Til hetta vil eg bara siga, at tað eisini verður torført hjá øllum øðrum at halda ketuni uppiá tá tey síggja hvørjar ætlanir hann hevur. Fyri stuttum atkvøddi hann sum løgtingslimur nevniliga fyri skattalætta til at føroya fólk, men nú er hann sum borgarstjóri farin at kempa fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu.
Kommunuskattaprocen-tið er ríkiliga høgt !Skattaprosentið hjá Klaksvíkar kommunu er ivaleysa nóg høgt sum er. Tað er 21,50 prosent. Verður tað sum samgongan í býráðnum ynskir, so verður tað hækkað upp til 22,00 prosent longu á nýggjárinum. Tað er longu um ca. 6 vikur.
Samgongan førir fram, at tað er í góðum tíðum, at skattaprosentið skal hækkast. Heilt erligt, er tað ikki gingið upp fyri samgongulimum, at vit í Klaksvíkar kommunu hava ivaleysa nóg høgt skattaprosent sum er ? 21,50 % halda tit veruliga ikki, at hetta er nóg nógv fyri vanliga arbeiðsmannin
at gjalda. Hví hækka eitt skattaprosent sum frammanundan er ivaleysa høgt ?? í so máta livir kommunan longu fult upp til at hava høgt skattaprosent í góðum tíðum.
Til dømis er skattaprosentið í Fugloyar kommunu 16 %, Hvannasunds kommunu 20,5 %, Kunoyar kommunu 19,5 %, Húsa kommunu 18 %, Eysturkommuna 21 %, Nes kommuna 20,5 % og Tórshavnar kommuna 20,25 %. Onkrar av hesum kommunum kunnu vit saktans javnmeta okkum við. Hetta vísir, at Klaksvíkar Kommuna er ikki kappingarfør, tá tað kemur til kommunuskatt.
Hægri enn miðalskatta-procentið fyri landiðKann nevna, at miðal skattaprocentið fyri alt landið 2014 er 21,14, so hækkaða skattaprocenti hjá Klaksvíkar kommunu uppá 22 % er hægri enn tað. Við 21,5 % liggja vit longu sum er hægri enn miðalskattaprocentið fyri alt landið.
Føra seg fram við ”øllum” sum skal gerast.Veit, at núverandi samgonga førir seg fram uppá ”ALT” , sum skal gerast, Skúlin á Ziskatrø, spillivatnsætlanin, gjalda skuld niður o.s.v.
Í so máta er onki nýtt un
dir sólini síðani fólkaflokkurin sat við ræði saman við sjálvsstýrisflokkinum seinastu setu.
Vit komu framat í sera svárum tíðum fíggjarliga. Ja so ringum tíðum, at vit vóru undir umsiting. Men vit brutu upp um armar og settu ting í gongd fyri at skapa mót hjá okkara borgarum og fyri at skapa arbeiðspláss. Og tað eydnaðist okkum at fáa kommununa uppá beint aftur. Her skulu vit ikki gloyma okkara dugnaligu vinnulívsfólk, sum saman við øðrum góðum fólkum fingu hetta at eydnast.
Seinasta samgonga legði lunnar undir fleiri verkætlanir og førdi tær út í lívið. Tað mest aktuella í løtuni er miðbýarætlanin.
Vit samtyktu at fara undir spillivatnsætlanina, og settu 8 mió av í 2012 til endamálið, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at gera bryggjuna við sleipstøðina í Klaksvík, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at gera Smæruna og Ven og Virka, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at umvæla og innrætta gamla Tekniska skúlan í Klaksvík til frítíðarskúlan Snjallabjal
lla. Hetta bleiv eisini gjørt UTTAN at hækka skattaprosentið.
Eitt tað allarfyrsta vit avgjørdu, tá vit komu til var, at Ósáskúlin skuldi gerast liðugur. Hetta hóast tíðirnar fíggjarliga vóru ringar. Men vit hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Systkinafrádrátturin blev hækkaðurvið 20 %, men vit hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Sálarfrøðingur til socialu deild bleiv settur, og vit hækkaðu IKKI skattaprosentið .
Nýggjur græslíkisvøllur við umfatandi umvælingum, men hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Nýbygging av skúlanum á Ziskastrø, var eisini samtykt av undanfarnu samgonguni. Tað vilja vit framvegis, og tað skal ikki rørast. Her ætlaðu vit sjálvsagt heldur IKKI at hækka skattaprocentið.
Vit rindaðu so at siga somu avdráttirOg tá tað kemur til at gjalda skuld niður, er heldur ikki tann stóri munurin. Hetta hóast vit í dag hava tað nógv meir rúmsátt fíggjarliga enn tá. Klaksvíkar kommuna fær í dag methøgar inntøkur , sum ongantíð fyrr. Umframt hesar methøgu inntøkurnar fær kommunan inntøkur fyri
sølu av føstum ognum.Vit rindaðu eisini skuld
niður. Her er heldur ikki tann heilt stóri munurin. Í 2009 rindaðu vit kr 7,7mill. Í 2010 5,8mill., í 2011 8.8 mill. Til samanberingar bleiv goldið í ár kr. 7. mill og er ætlanin fyri 2015 8 mill. Stóri munurin er, at vit valdu IKKI at hækka skattaprosentið.
Kundi nevnt fleiri onnur ting. Men okkara motto var, at vit ikki skuldu hækka skattaprosentið, um vit upp á nakran annan máta kundu klára okkum, og hetta eydnaðist. Tað var hart og krevjandi, men tað eydnaðist við góðum vilja og við at kempa.
Óneyðugt við hægri skattaprocenti.Vóni at ketan hjá borgarstjóranum kemur uppá aftur í øllum góðum, tá eg kann minna hann á, at skattaprosentiðí løtuni er heili 21,5 prosent. Hetta er ivaleysa høgt hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu at gjalda. Í so máta nýtist Klaksvíkar kommuna ikki at føla seg noydda at fara eftir Palliba og Marsannu eftir meir pengum við tí grundgeving, at tað er í góðum tíðum at skattaprocentið skal hækkast. Poengið er, at tað eigur ikki at vera neyðugt at fara út til borgarnar eftir meir pengum, nú vit fram
manundan allíkavæl fáa methøgar skattainntøkur.
Kempaði fyri skattalætta, nú fyri skattahækking.Borgarstjórin var eitt stutt tíðarskeið inni í løgtinginum fyri Kára P. Højggard, sum var farin í landsstýrið. Hesa løtuna atkvøddi hann fyri, at alt føroya fólk skuldi hava skattalætta. Nú løtu seinni hevur borgarstjórin í Klaksvík totalt vent og berjist fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu.
Hendan skattahækkingin hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum við Jógvan Skorheim á odda rakar harðast vanliga arbeiðsfólki. Júst somu fólk sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin siga seg umboða. Tí kommunuskattur er reinur flatskattur.
Veljarin fingið greiða ábending.Við hesum hava vit fingið eina greiða ábending um, hvat vit kunnu væntað okkum, um somu flokkar sleppa framat aftur eftir komandi løgtingsval. Fólkaflokkurin er einasti flokkur í býráðnum sum er ímóti skattahækking.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,býráðslimur.
NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 14. NOVEMBER 2014 23
Fyri júst fýra árum síðan fekk Rólant nýtt hjarta og nýtt lív
mikudagin 15. des. 2010 Á miðnátt fríggjadagin 5. november fekk Rólant Reginsson Biskopstø nýtt hjarta, og sunnudagin 12. desember rann hann upp trappurnar á keypsskálanum ”Fisketorvet” í Keypmannahavn á veg í biograf við mammu síni.
Ikki at siga, so er lagið gott á Rólanti og familju hansara. Mamma Rólant, Jórun Biskopstø, skrivar sunnukvøldið, at tað gongur sera væl hjá teimum í løtuni.
Vit vóru í biograf til
filmin ”The Town” og tað gekk uppá stás hjá Rólanti. Vit vóru í ”Fisketorvet” og rullutrappurnar virkaðu ikki, so vit máttu ganga, og Rólant hevði onganr trupuleikar av at ganga allan vegin. Hevði tað verið fyri tveimum mánaðum síðani,
ja, so hevði hann ikki klára at gingið upp trappurnar uttan at steðga á fleiri ferðir. Vit vitjaðu eisini vinfólk sum búgva í Vandløse og fingu góðan døgurða. Tey fóru ein túr í keypsskálan í Rødovre, men vit fóru aftur á Hotellið. Ikki so smart at
ganga í hesum stóru keypsskálunum nú jólini nærkast. Nógv fólk eru alla staðni og sjálvandi eisini eru smittuvandar allastaðni. Mikudagin skulu aftur til blóðroynd, og síðani aftur tann 21. des.
22. desember verður so aftur biopsi. Vit vóna at royndirnar av hjartanum fara at vísa at kroppurin framhaldandi góðtekur hjartað. Nú er stutt til jólaaftan og vit vita ikki heilt hvar vit halda jól í ár. Fleiri hava bjóða okkum til teirra at halda jól, men vit lata fyrst jólini koma, so finna vit útav hvar vit verða og hvussu vit gera. One day at the time :) skrivar Jórun úr Keypmannahavn
RENNUR UPP TR A PPURN A R Á FISK E TORV E T
PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO
Seinastu árini hevur nógv kjak verið um fletting, góðkenning og flettingar-hættir. Tað sær tó út til, at tað er ikki bara at góðkenna flet-tingarstað, hát-turin skal helst takast upp til viðgerðar.
Ein familja, sum Norðlýsið hevur samband við, fekk kvøldið oyðilagt í vetur, tá tey sessaðust kring spísiborðið til eina góða máltíð við góðum føroyskum turrum kjøti.
At kjøtið var gott, ivaðust tey onga løtu í, tí hetta var kjøt frá sama bónda sum tey høvdu fingið frá í eitt áramál, og dygdin plagdi altíð vera í lagi.
Men soleiðis bleiv ikki hetta kvøldið, langt frá tíð. Tjógvið, sum tey høvdu tikið fram, sá sera væl út, onki uttan tað, ið eigur at vera uttan á einum turkaðum tjógvi var at síggja áðrenn knívurin varð settur á, so her sá alt væl út.
Maðurin skuldi skera fyri. Hann brúkar nevniliga mátan, at skera nógv niður, til húsfólkið og tá alt er skorið av tjógnum, verður restin goymd í køliskápinum, sum annar viðskeri.
Tá knívurin varð settur á hetta kvøldið, varnaðist hann skjótt, at hetta var ikki sum tað átti. Turt grønt ”pulvur” datt úr skurðinum, og tað sýntist sum lá hetta grøna ímillum kjøtið og feittið á tjógnum.
Sum sæst á myndunum, so byrjaði hann at loysa skinnið av tjógnum, og har
var simpulthen so ótýdligt innnfyri, at tey góvust at eta, tí fólkini hildu at hetta var ikki berandi í munnin.
So fór hetta kvøldið við útlendskum páleggi ístaðin. Men dagin eftir settu tey seg í samband við bóndan, og søgdu honum frá tí sum var hent teimum.
Svarið tey fingu var, at bóndin hevði latið alla sína fletting til góðkent sláturvirki. Flettingarhátturin, sum sláturvirkið brúkar hevur við sær, at skinnið verður ikki tumma á gamlan hátt, men ”skrætt” av krovinum. Hetta førir til, at luftlummar koma ímillum kjøtið og húðina og tað er her tað moðnar, tá kjøtið hongur uppi. Bóndin helt ikki, at ábyrgdin var hans
ara, tí hann metti at kjøtið kundi etast fyri tað, og tí fingu hesi fólkini ikki annað burturúr sambandinum við bóndan.
Men, sum vituligt er, so er helst fáur, ið vil hava slíkt kjøt á borðið, so tey valdu at skifta í ár og at fáa kjøt frá bónda ið fletti á ”gamla máta”, sum sagt varð.
KROV FRÁ GÓÐKENDUMSL ÁTURVIRKI
top related