nordlysid nr 35 2014

24
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 SJÚRÐUR HEVUR SALTAÐ GÓÐ 1500 SEYÐASKINN FLUTTI HEIM OG VALDI AT BÚSETAST Í KLAKSVÍK TIPPING: KÍ RØKKUR IKKI EUROPA LEAGUE LAKSA TELJARIN TALDI 998 LAKSAR AT FARA NIÐAN Í LEYNAR- VATN Í ÁR BRÚKTU HÓTTANIR OG VALD AT KRÓGVA ÓSKIL SUM REIÐARAR OG EFTIRLITS MYNDUG- LEIKAR VÓRU VITANDI UM ÚLVAR Í LAMBSSKINNI: Kvalitetsfiskurin frá Ran liggur enn á goymslu í Klaksvík ... Blomberaður av Heilsumyndugleikunum

Upload: nordlysid

Post on 07-Apr-2016

270 views

Category:

Documents


10 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 35 Fríggjadagin 24. okt. 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 35 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

S JÚRÐUR HE V URS A LTAÐ GÓÐ1500 SE Y ÐASK INN

FL U T T I HEIM OG VA L DI AT BÚSE TA S T

Í K L A KSV ÍK

TIPPING: KÍ RØKKUR IKKI EUROPA LEAGUE

L A KS AT EL J A RIN TA L DI 998 L A KS A R AT FA R ANI Ð A N Í L E Y N A R-VAT N Í Á R

BRÚK T U HÓ T TA NIR OG VA LD AT K RÓGVA ÓSK IL SUM REIÐA R A ROG EF TIRLIT S M Y NDUG-LEIK A R VÓRU V ITA NDI UM

ÚLVAR Í L AMBSSKINNI:

Kvalitetsfiskurin frá Ran liggur enn á goymslu í Klaksvík ... Blomberaður av Heilsumyndugleikunum

Page 2: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 20142

Page 3: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 3

ÚLVAR Í L AMBSSKINNI:BRÚK TU HÓT TANIR OG VALD AT KRÓGVA ÓSKIL SUM REIÐAR AR OG EF TIRLIT S MYNDUGLEIK AR VÓRU VITANDI UM

…Góðskuni feilar onki, tí fiskurin er bæði væl hag-reiddur og niðurfrystir eins væl og restin av fiskala-stini….. ódámliga og ólógliga herferðin hjá Norðlý-sinum er tí ikki annað enn ein misskilt roynd at æruskemma trolfiskiskapin til frama fyri línufiskiska-pin, tí hesin ikki fekk alla kvotuna á Flemish Cap skri-var reiðaríið THOR í brævið sum var sent fjølmiðlu-num samstundis sum stjórin í THOR ringdi og sendi teldupost við hóttanum um baði líkt og ólíkt til re-daktiónina hjá Norðlýsinum. Harafturat legði stjórin á THOR stórt trýst á vinnuvirkir í Klaksvík sum hava handilssamband við THOR at fingu hesi ikki steðga Norðlýsinum vendi THOR øllum handilsfyritøkum í Klaksvík bakið. Samstundis skrivar reiðarin til fjøl-miðlar og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at fisku-rin hevur besta kvalitetin og leggur enntá dent á at eygleiðarin hjá VØRN sum var umborð á RAN eisini var spurdur og góðtók at fiskurin var stakkaður í la-stini. OG hóast skip skulu hava digitalar “online” lóg-bøkur av temperaturinum í frystilastini kann THOR ikki vísa til slíka skipan.Ístaðin fyri er eitt hondskrivað skjal lagt sum doku-ment og prógv fyri temperaturinum í frystulastini á móðurskipinum – sum landsstýrið gav loyvi at slep-

pa á Flemich Kap. THOR SKRIVAÐI í pressuskrivið:...Norðlýsið roynir at skapa eina misteinkiliga mynd av eini støðu, ið er heilt vanlig, og sum øll onnur skip við frystilast, ið eru komin av Flemish Cap, bæði eru og hava verið í. Nevniliga, at ein partur av fiskinum, ið er ov stórur til at blokkfrysta , á sama hátt má frystast heilur, eins og gjørt varð umborð á Ran. Hetta er ein heilt vanlig og væl kend avbjóðing in-nan fiskivinnu allastaðni, sum ikki bert er galdandi fyri stóran tosk, men sjálvandi øll stór fiskasløg og annað, sum fæst úr sjónum, ið verður heilfryst. ...Umboð fyri fiskakeyparan var á staðnum, meðan lossað hevur verið ogtikið góðskuroyndir av fiskinum. Eisini av fiskinum, sum HFS hevur lagt hald á, og teir eru sera væl nóg-dir við góðu góðskuna frá Ran…

(RED: Kvalitetsfiskurin frá Ran liggur enn á goymslu í Klaksvík ... Blomberaður av Heilsumyndugleikunum…)

Les framhald á síðu 14

Page 4: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 20144

L E I Ð A R I N

Týsdagin 21 Oktober hava Lisbet og Kristian Fríðrik Olsen,Klaksvík silvurbrúdleypsdag.

Dagurin verður hildin Leygardagin 25. okt. frá kl.10-16, heima, á Brekku 54. Kom og hald dagin við okkum,brúka høvið at støkk inn á gólvi.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Silvurbrúdleyp

Brúdleyp

Vit skulu giftast tann 27. desember.Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan

verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19. Tey sum vilja gleðast saman við okkum,

kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099ella mail [email protected]

VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen

HaruskjótingOgnarhagin í Árnafirði verður seldur til háruskjóting mánakvøldið 27. Oktober kl. 20.

HagastýriðMøguliga var tað eitt sindur positivt at hoyra fyrr-verandi løgmannin, viðganga fyri opnum skermi, at tað hann var við til á sinni í síni roynd at vera afturvaldur, nevniliga at gera allar Føroyar til eitt valdømi, var ein feilur.

Sjálvsagt eru onnur, sum eru av aðrari áskoðan, tí tað eru valla øll, ið samtykkja í, at tað var ein feilur. Nógv meira nærliggjandi er tað at hugsa, at tað var við beráddum huga, at Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen gingu saman í parlag fyri at fáa Føroyar til eittans valdømi, fyrst og fremst fyri at bjarga egnum politiska lívi.

Hinvegin var áhugavert at hoyra meiningarnar hjá fyrrverandi løgmanni um tíðina aftaná løgman-stíðina og longu tíð hansara í politikki.

Tað hevur fyrr verið viðgjørt á hesum teigi, at vit føroyingar í stóran mun vísa ov lítla virðing fyri eitt nú fyrrverandi løgmonnum og fyrrverandi odda-fiskum í politisku skipanini.

Vit vanligu veljarar og borgarar hava mangan tað áskoðan, at tey, sum stilla seg fram í politikki at tæna samfelagnum í tí umhvørvinum, hava sjálvi trýst seg fram, og sogar eru meiningar mangan frammi um ”magtgirnd” og alt møguligt annað.

Samdur við Jóannes Ejdesgaard, at Jantelógin he-vur ov góðar fastatøkur á okkum.

Minnist væl ein túr undirritaði var í London og al-lir enskir miðlar vóru á gosi, tí Margareth Tacher, sum tá fyri nógvum árum síðini var farin frá sum politikari, skuldi halda røðu á konservativa floks-fundinum tað árið.

Hvussu høvdu vit í Føroyum, her verður hugsað um føroysku miðlarnar, høvdu vit komi við stórum stavum á framsíðuni, um nú Jóannes Ejdesgaard skuldi halda røðu á flokstingi hjá Javnaðarflokki-num. Ella kanska hevði nakar av okkum ómakað okkum at skriva nakað sum helst um Jógvan Sundstein, ella Anfinn Kalsberg skuldu hildið talu á flokstingi Fólkafloksins.

Neyvan, tað hevði kanska heldur verið trupult at fingið egnu floksfelagar at lurta.

Men feilurin, um tað var ein feilur, við Føroyum sum einum valdømi, mugu vit onnur liva við enn, hóast flestu flokkar á tingi eru samdir um, at hetta als ikki var ideella loysnin á trupulleikan við gomlu valskipanini.

Nú Jóannes aftur hevur sína dagligu gongd í Suðuroynni, sær hann helst enn klárari, at tað ser-liga er útjaðarin, ið bløðir undir nýggju skipanini.

Ídag stýrir valskipanin valevnum at tosa høvuðs-staðarøkinum eftir munni, gerst tú ikki tað, so eru møguleikarnir hjá nýggjum nøvnum ómetaliga smáir fyri at vera vald ella valdur.

Blóðskeivavalskipanin

Page 5: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 5

Flogbóltur: Eina Kalsø, Elisabeth Purkhús, Sofía Purkhús, Birgit Guttesen og Elsa Sandberg Niel-sen venja allar við Amager Volleyball Klub, sum heldur til í Keypmanna-havn, har sera nógvir føroyskir útisetar eru. Tær hava spælt tríggjar dystir og vunnið allar, men enn leitar Amager VK eftir tí góða for-minum. – Í kvøld skulu tær spæla 1/8 parts-finalu í steypakappingini.

Norðlýsið hevði prát við hesar áðurnevndu í ju-nimánaða. Tá søgdu tær, at ætlanin fyri hetta kap-pingarárið var at flyta upp í Elitu-deildina, ið er besta danska flogbóltsdeildin. Sum nú er, eru tær í fyrstu deild, ið væl at merkja er næstbesta deildin. Tað eru m.a. hesar fimm, ið hava fingið litið upp í hendi, at loysa ta uppgávuna. Tað sigur eitt sindur um dygdi-na á hesum fimm føroysku leikarunum, sum allar eru landsliðsleikarar.

Higartil hevur gingið væl. Tríggir sigrar, tveir teir fyrstu endaðu 3-0 og tann seinasti 3-2.

Gott við góðari byrjan – men formurin vantarÁ pappírinum er Amager VK tað besta liðið í kap-pingini og eru favortittur at flyta upp í bestu deildina. Men tað er ikki nokk, sigur Birgir Guttesen, sum áður hevur spælt við SÍ og Mjøl-ni í Føroyum.

- Vit hava enn ikki gra-va okkara besta spæl fram. Seinasta dyst vóru nokkso hepnar at vinna, og orsøkin

er at vit enn ikki hava fun-nið stevið. Vit eiga at spæla betri, enn vit hava gjørt hesar fyrstu tríggjar dystir-nar.

Stór uppgáva í kvøldAmager VK skal í eldin aftur í kvøld, og tað er ikki hissini uppgáva. Tær skulu spæla 1/8 part finalu ímóti Køge, sum til dagliga spælir í bestu deildini í Danmark. – Finna tær ikki stevið og góða spælið í kvøld, verður trupult at vinna dystin, fyri ikki at siga ógjørligt. Lei-karatilfarið er nóg gott til at knógva einum liði frá bestu deildini, men góðir leikarar uttan nóg gott samanspæl riggar ikki.

Spennandi verður tó at fylgja teimum í kvøld, og vónandi koma tær á sporið, sum tær hava leitað eftir í tríggjar dystir.

Danial Viðoy

TÆR FØ ROYSKU FLOGBÓLT S-GENTURNAR Í AMAGER VK KOMNAR VÆL FRÁ BYRJAN- men hava ikki funnið rætta stevið enn

Page 6: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 20146

Størsti spenn-ingurin kring KÍ í løtuni tykist vera, hvørvenjari skal standa á odda fyriEffoliðnum í 2015.

Jákup Ósá

Leygardagin endar lands-kappingin í fótbólti í 2014. Samstundis gongur sát-tmálin hjá núverandi KÍ venjaranum, Eyðuni Klak-stein, út. KÍ hevði undan kappingarárinum sum málsetning at røkka einum plássi í Europa. Men um tað eydnast fáa vit ikki at vita fyrr enn eftir seinasta umfar leygardagin. NSÍ er greiður favorittur at fara avstað við seinasta plássi-num. Vit fara her at viðgera

nøkur av nøvnunum, sum í leysasøgunum hava verið sett í samband við KÍ ven-jarastarvið 2015.

Eyðun KlaksteinNúverandi venjarin er eitt

boð uppá at framhaldandi vera venjari í 2015. Men fyrr í summar kom fram, at KÍ hugdi uppá aðrar mø-guleikar og tað merkir, at leiðslan ikki hevur verið heilt nøgd. Men síðani tá

hava úrslitini verið betri, og KÍ er komið tættari up-pat 4. plássinum og málset-ninginum. Í hópinum tykist ikki vera ófriður ella ónøg-dsemi, men spurningurin er so, um úrslitini í ár komu

ov seint til, at leiðslan yns-kir at leingja samstarvið havandi í huga, at leiðslan hugdi eftir øðrum møgule-ikum fyrr í ár.

Mikkjal K. ThomassenEin venjari, sum heilt vist hevur tosað við KÍ, er Mik-kjal K. Thomassen. Tað skrivaði Norðlýsið fyri fleiri mánaðum síðani. Men síða-ni hevur lítið verið at frætt um hesar samráðingarnar. Mikkjal verður av teimum flestu mettur at vera mil-lum topp venjararnar í Før-oyum, men hevur eisini eitt krevjandi leiðarastarv við síðuna av, sum m.a. gjør-di, at hann ikki helt fram í B36, har hann tilsamans hevur verið venjari í 4 ár (2009, 2011, 2012 og 2013). Tað, at partarnir hava tosað saman, sigur, at ein mø-guleiki er fyri, at Mikkjal tekur yvir. Men tá tað sam-stundis hevur verið so lítið at frætt um nakað samband millum partarnar í longri tíð merkir møguliga, at on-gar samráðingar eru meir og at KÍ hyggur eftir øðrum møguleikum. EB/Streymur leitar eisini eftir nýggjum

venjara, og har kundi Mik-kjal, sum áður hevur leikt við EB/Streymi, verið uppá tal.

Aðrir møguleikarFleiri aðrir venjarar eru í leysasøgum settir í sam-band við KÍ venjarastar-við, tó uttan at nakar hevur váttað, at partarnir hava tosað saman ella at nakað hevur verið í tí, sum støðan var við Mikkjal fyrr í ár. Ein av hesum venjarunum er Jógvan Martin Olsen. Hann heldur heilt vist ikki fram í B68. Jógvan Mar-tin hevur ikki avsannað, at hann fer at taka eina aðra uppgávu uppá seg, og velur KÍ at skifta venjara, so kundi Jógvan Martin ve-rið ein møguleiki. Ein an-nar, sum er nevndur er Bill M. Jacobsen. Bill er U21 landsliðsvenjari, men hevur í løtuni ikki starv hjá nø-krum felagi í bestu deildi-ni. Aðrir venjarar, sum eru nevndir eru Rúni Nolsøe, núverandi venjari hjá EB/Streymi, og Allan Mørkøre, sum er fyrrverandi venjari hjá m.a. AB, B36 og B71.

HVØ R VERÐUR VENJARIHJÁ KÍ Í 2015?

Page 7: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 7

Leygardagin verður seinasta umfar í Effo-deildini leikt. Einasti spenn-ingurin er um 4. og 5. plássið.

Víkingur-B68Víkingur kann við sigri koma uppá 49 stig, og tað er tað næst mesta, sum felagið nakrantíð hevur fingið síða-ni stovningardagin í 2008. Tað vildi samstundis verið eitt endin á einum góðum kappingarári, har Víkingur

kom í 3. umfar í Europa League og vann steypafi-naluna afturat bronsuni í Effodeildini. B68 hevur 9. plássið at spæla fyri. 17 stig er helst væl minni, enn B68 hevði vónað at fingið hetta kappingarárið, og útlitini fyri at fáa stig í Sarpugerði eru ikki góð. Munurin á liðunum er ov stórur til tað, um ikki Víkingur ger sum á Skála seinast og tekur sær av løttum. Tryggur heima-sigur undir vanligum um-støðum. Tipping: 1

AB-SkálaAB tykist vera eitt lið, sum bara bíðar eftir, at kap-pingin verður liðug. Liðið bjargaði sær endaliga í 24. umfarinum við sigri á Toft-um og síðani hevur liðið einki víst móti HB og KÍ. Nógvir skaðar og okkurt

leikbann hevur rakt liðið meint. Tó er eingin ivi um, at AB ynskir at enda kap-pingarárið væl við einum sigri móti botnliðnum. Skála hevur 9. plássið at spæla fyri. 3-3 javnleikurin móti Víkingi seinast vísti, at Skála ikki er farið í fe-riu. Báðir dystirnir millum hesi bæði liðini fyrr í ár eru endaðir við javnleiki. Javnleikur er eisini eitt gott boð, men heimavøllurin og tað at AB hevur brúk fyri einum sigri at enda - eftir tvey greið tap - ger, at 1-ta-lið er mest upplagt. Tip-ping: 1

B36-HBDysturin sum øll hava tosað um nærum alt kap-pingarárið, tí hann kun-di avgera FM heitið. Tað ger hann ikki, og ístaðin

verður talan um hvít/svar-ta FM veitslu í Gundadali. B36 spælir uttan leikban-naða Adeshina Lawal, sum hevur verið millum mest avgerandi leikararnar í ár. Men spurningurin er, hvat lið leggur meir í hendan dystin. B36 vil ikki tapa seinasta dystin, og HB ynskir at spilla eitt sindur av FM stemninginum og samstundis enda við einum sigri móti FM vinnarunum. Báðir dystirnir fyrr í ár eru endaðir við javnleiki, men nú bæði liðini kunnu spæla frítt, so verður uttan iva nógv lagt fyri at vinna dy-stin. B36 vann dystin móti HB undir somu umstøðum í 2011 og tað gera teir kan-ska aftur hesaferð. Tipping: 1

NSÍ-ÍF

NSÍ hevði tveir dystarból-tar fyri at avgera sjálvt, um felagið skal luttaka í Europa League koman-di ár. Tann fyrsta brúktu teir ikki, tí HB vann stórt seinast, men nú eigur NSÍ at hava góðan møguleika. Einar Tróndargjógv hevur leikbann. ÍF hevur havt eitt skuffandi kappingarár. Í seinnu hálvu hevur liðið bara vunnið tvær ferðir móti Skála og einaferð móti AB. ÍF hevur einki at spæla fyri og tað er sera trupult at ímynda sær, at fuglfirðingar í seinasta umfarinum skulu fara at gera nakrar skreytir við Løkin. Tipping: 1

EB/Streymur-KÍTað stendur undir øllum umstøðum eitt 5. pláss uppá spæl við Margáir og tað merkir ein eyka heimadyst

næsta kappingarár. Vinnur NSÍ ikki sín dyst, so fær vinnarin her 4. pláss og Europa League. KÍ hevur seinastu árini fingið be-tri tak á EB/Streymi, sum annars nærum altíð hevur fingið fult stigatal móti KÍ síðani liðið í 2006 byr-jaði at mynda toppin í før-oyskum fótbólti. KÍ er uttan leikbannaða Ivan Joensen. Tað er lagt upp til ein un-dirhaldandi dyst, sum kan-ska er tann dysturin, sum í hesum umfarinum er mest spennandi at fylgja. EB/Streymur hevur fyrimunin við heimavølli, men annars er trupult at peika á ein fa-voritt. Tipping: 1

Jákup Ósá

TIPPING: KÍ R Ø KKUR IKKI EUROPA LE AGUE

Page 8: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 20148

Lukasz Cieslewicz er framvegis á odda, men kann kann lættliga blíva tikin í seinasta umfarinum í Effodeildini.

Jákup Ósá

B36 álopsleikarin Lukasz Cieslewicz hevur framve-gis lagt upp til flest mál í ár. Men tveir álopsleikarar liggja bara 1 upplegg aft-anfyri og fleiri aðrir liggja stutt frá. Vit hava sæð, at leikarar onkrar dystir hava

lagt upp til bæði 2 og 3 mál, so toppurin kann broytast í vikuskiftinum. Adeshina Lawal, sum liggur á deil-dum øðrum plássi hevur le-ikbann og kemur tí heilt vist ikki longur upp á talvuni. Í seinasta umfarinum hevur B36 dyst móti HB, meðan

t.d. Víkingur hevur heima-dyst móti B68 og NSÍ he-imadyst móti ÍF. Tað kun-di merkt, at leikarar sum Finnur Justinussen, Andy Olsen og Árni Frederiks-berg hava betri møguleikar at fáa upplegg enn Lukasz Cieslewicz, sum skal spæla

móti HB, sum vanliga letur fá mál inn.

Áðrenn seinasta umfar sær upplegg listin soleiðis út:

12Lukasz Cieslewicz (B36)

11Adeshina Lawal (B36)Finnur Justinussen (Víkingur)

10Andy Olsen (NSÍ)

9Árni Frederiksberg (NSÍ)Alex Mellemgaard (B36)Pál M. Joensen (HB)

8Klæmint A. Olsen (NSÍ)Sølvi Vatnhamar (Víkingur)Bárður Hansen (Víkingur)

7Heðin á Lakjuni (KÍ)Hjalgrím Elttør (KÍ)Levi Hanssen (HB)Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)Hallur Hansson (Víkingur)Ari Ellingsgaard (ÍF)Jann Martin Mortensen (NSÍ)

6Andrew av Fløtum (HB)Fróði Benjaminsen (HB)Kristin Mouritsen (HB)

FLEST UPPLEGG: K APPING UM F YRSTA PL ÁSSIÐ

Marna Arge Ellingsgaard sett sum leiðari fyri el-draøkið í Norðoyggjum

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur sam-tykt at seta Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøk-tarfrøðing, í starvið sum leiðara fyri samstarvið millum allar kommunur-nar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir el-draøkið frá landinum.

Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 11 umsók-nir komnar til starvið sum leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Setanarbólkur varð settur at viðgera umsóknirnar og at gera eitt tilmæli til stýrið, sum á fundi mikudagin 22. oktober 2014 samtykti at seta Marnu Arge Ellings-gaard í starvið.

Marna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1990 og hevur drúgvar sjúkrarøktarfakligar royn-dir innan eldraøkið, við

tað at hon hevur arbeitt í Heimatænastuni yvir eitt 18 ára tíðarskeið, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og síðani í góð 5 ár sum le-iðar á eldrasambýlunum í Klaksvík.

Eisini hevur hon fakligar royndir innan heilsuver-kið frá tí medisinska- og tí kirurgiska økinum, frá instensivari deild, hospice og sum lærari í sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum.

Eftir lokna útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur Marna tikið út-búgving sum kliniskur praktikkvegleiðari fyri lesandi og næmingar, Ma-sterútbúgving í Útbúgving

og Læring, og í 2013 fór hon undir diplomútbúgving í leiðslu á Føroya Handils-skúla, sum væntandi verður liðug í 2015.

1. januar 2015 yvirtekur NBH eldraøkið í Norðoyg-gjum frá landinum, og Marna Arge Ellingsgaard byrjar tá formliga í le-iðarastarvinum. Nógvar fyrireikingar skulu korti-ni gerast innan ta tíð, har Marna sum leiðari hevur ein týðandi leiklut.

Stýrið fyri NBH hevur samtykt at skipa tann um-sitingarliga partin av el-draøkinum í Norðoyggjum sum part av býráðsum-sitingini hjá Klaksvíkar kommunu, og dagliga ar-beiðsplássið hjá leiðaranum verður sostatt í býráðshú-sinum í – við tilvísing til stýrið fyri NBH.

Í stýrinum fyri NBH eru hesir limir: *Jógvan Skor-heim, borgarstjóri í Klaks-víkar Kommunu (stýris-formaður), *Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri

í Viðareiðis Kommunu (næstformaður), *Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar Kommunu, *Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu, *Magni Garðalíð, borgar-stjóri í Húsa Kommunu, *Meiken Sólheyg Michael-sen, borgarstjóri í Kuno-yar Kommunu, *Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, *Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, *Eyðstein Ólason Poul-sen, býráðslimur í Klaks-víkar Kommunu, *Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, og *Herfrí Sørensen, býráðsli-mur í Klaksvíkar Kommu-nu.

- Vegna stýrið vil eg ynskja Marnu Ellingsgaard hjartaliga tillukku og bestu eydnu í starvinum, har vit síggja fram til at samstar-va við hana, sigur Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH.

M A RN A A RGE ELLINGSG A A RD SE T T SUM LEIÐA RI F Y RI ELDR A Ø K IÐ Í NORÐOYGGJUM

Page 9: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 9

Niðanfyri er so dagbókin hjá Peter A. E. Djurhuus, sum hann hevur gjørt yvir teljingarnar hjá tóli-num í Leynará.

Um onkur ivast í hvussu hann skal lesast, so kunnu vit her taka eitt dømi. Um tú hyggur at 16. Juli, so stendur undir Støða eitt 12 tal, tað vil siga at 12 laksar

eru komnir niðan íalt síðani teljarin byrjaði, í næstu ko-lonnu, Broyting, har sten-dur 6, tað sigur, at 6 laksar eru komnir í dag 17. Juli er, undir næstu kolonnu 2013 stendur 0, tað vil siga at on-gin kom niðan tann dagin í 2013.

Um vit gjøgnumganga tølini, so eru ymisk áhuga-verd fyribrigd at síggja. Eitt sum kanska fellur í eyguni

er, at nógvir av laksunum í ár eru komnir niðan í august mánaða, ímeðan stórur par-tur av laksunum, sum komu niðan í 2013 komu ikki fyrr enn í september.

Munur sást eisini á stød-dini á laksunum í ár og í fjør. Laksurin í ár var sum heild minni enn laksurin sum kom niðan í 2013. Menn hava tí hildið, at laksurin sum kom niðan í

september í 2013, fyri stør-sta partin ikki hevur verið laksur, ið útsettur hevur ve-rið við Leynarvatn og at ein partur kanska hevur verið alilaksur.

Onki at ivast í, at her eru nógv fyribrigdi, ið høvdu verið eina nærri gransking verd.

L AKSATEL JARIN HELST EINA GR ANSKING V ERDUR

Page 10: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201410

Peter A. E. Djurhuus, fíggjarleiðari á Tekniska Skúla í Havn, og harafturat sílaveiðumaður, sigur at tað hevur verið sera spenn-andi at fylt laksa-teljaranum í ár.

Peter A. E. Djurhuus hevur gjørt eitt stórt og enthusia-stiskt arbeiði við Laksa-teljaranum, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur ment.

Fyrst í juli bleiv teljarin lagdur út í ár, og alla tíði-na hevur Peter fylgt neyvt við fyrst og fremst í teldu síni, men eisini við at vitja í Leynará, at reinsa teljaran ta tað hevur verið neyðugt.

ÁarføriTá áðarføri er, kemur nógv oman eftir ánni, og Peter sigur, at serliga í hoyg-gingartíðini rekur nógv oman ánna og á teljaran. Men í ár hevur teljarin hil-dið seg nógv reinari enn í fjør, tí vit hava í ár gjørt

eitt hol beint frammaní á teljaranum, so vatnið læt-tari streymar ígjøgnum. Í 2013 og frammanundan var bert opið á síðuni, og het-ta gjørdi at opið seyg nógv inn í teljaran, við tí fylgju at neyðugt var at reinsa hann oftari. Í ár haldi eg at eg bert havi verið í Leynará og reinsa einar tríggjar fýra ferðir, ímóti í 2013, tá eg mundi vera einar 10-15 ferðir úti í ánni at reinsa.

Tey, ið hava hugt í telja-ran sum hevur verið stroy-maður á Norðlýsinum, hava ivaleyst lagt merki til eitt

runt hol, ið er á ”inngon-gini” hjá laksunum. Het-ta hava vit ment teljaran við í ár fyri at fyribyrgja at laksar liggja og bakka oman til fotosellurnar og harvið órógva teljingina. Hetta hevur verið tí ótrúli-ga hjálp, tí sjálv teljingin hevur rigga nógv betur í ár enn árini frammanundan.

Stroymað á NorðlýsinumAfturat reinsingini av sjálvum teljaranum, hevur Peter A. E. Djurhuus ei-sini brúkt hvønn morgun áðrenn skúlatíð, at kanna

myndirnar, ið tiknar eru av laksunum.

Tað er nevniliga so, at tað eru ikki bert laksar, ið fara niðan ígjøgnum teljaran, men eisini hópur av sílum. Í teljaranum er umframt vi-deotólið, sum hevur verið stroymað á Norðlýsinum, eisini eitt fototól, ið tekur eina mynd av hvørjum ei-nasta fiski, sum kemur niðan ígjøgnum traktina.

Enn dugur teljarin ikki at síggja mun á síli og laksi, og tí hevur Peter sitið hvønn morgun og spolað allar myndirnar ígjøgnum fyri

seinasta samdøgrið, fyri at trekkna sílini frá talinum, ið teljarin hevur talt hetta tíðarskeiðið. Laksateljarin skal jú bert telja laksarnar, ið fara niðan.

Um laksalúsNógv hevur verið frammi í Føroyum og aðrastaðni um trupulleikan við laksalús. Normenn hava eisini kla-gað um, at villi laksurin, sum teir fiska í áunum har, mangan er fongdur av og illa fyri av laksalús.

Vit spyrja Peter A. E. Djurhuus, um hann hevur varnast nakað slíkt á før-oyska laksinum, nú Petur hevur sitið hvønn morgun og hugt eftir hvørjum tí einasta laksi, ið er komin niðan Leynará.

Nei, sigur Peter avgjør-dur, eg havi als ikki sæð tekin um, at fiskur, ið er komin niðan ígjøgnum tel-jaran er lúsbitin yvirhøvur, tó, onkur hevur sæð onkra lús á onkrum laksi, sum fingin er, men nei, hetta er eingin trupulleiki her hjá okkum og tað vit hava sæð er ikki meira enn í natúrligt er, so lús hava vit als ikki havt trupulleikar av.

FramtíðinVit spyrja Peter A. E. Djurhuus um ætlanir eru um at menna laksateljaran enn meira. Ja, sigur Pe-ter, sum eg havi sagt tær áður, so hava vit nógvar framtíðarætlanir við laksa-teljaranum. Tað ber til við nýggjari tøkni at eyðmer-kja hvønn einasta laks, ið kemur ígjøgnum teljaran, soleiðis at laksateljarin kennir laksarnar aftur tá teir koma niðan Leynará. Vit hava samband við ein mann í Føroyum, ið kann gera hetta arbeiðið, men til tað krevst at vit fáa onkran áhugaðan íleggjara ella sponsor, tí peningur skal til slíkt arbeiði.

Eisini hava vit eina eldsál í felagnum, Jákup Lam-hauge, lærara her á Tekni-ska Skúla, ið hevur verið drívmegin í menningini av Laksateljaranum. Hann fer frá í januar í komandi ári. Eg havi tosað við hann um hann tá fer at sleppa pro-jektinum. Men hann vissar meg um, at tá fer hann at fáa meira tí til hetta, og tað haldi eg ljóðar gott fyri pro-jektinum.

Annars eru eisini spen-nandi átøk fyri framman,

L AKSATEL JARIN Í LE YNARÁTALDI 998 L AKSAR AT FARANIÐAN Í LE YNARVATN Í ÁR

Page 11: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 11

tí komandi vár fer Sílave-iðufelagið undir at seta út eina nýggja stammu av lak-si, hetta orsakað av at tað hevur gingið heldur striltið við at fáa laks aftur í áirnar í Leynum og Saksun tey seinnu árini.

Í hesum sambandi verður Laksateljarin eitt sera hent amboð at granska hvussu leikur fer nú nýggjur laksa-stovnur skal arbeiðast upp. Tað fara at ganga tvey ár til hesir laksar fara at koma aftur, og tí hava vit nú góða tíð at menna Laksatelja-ran enn meira, soleiðis at vit neyvari kunnu skráseta

hvønn einasta laks..

Fegnast um stroyminginaAt enda sigur Peter A. E. Djurhuus, at hann er óme-taligur fyri stroymingina á Norðlýsinum. Hetta hevur lætt mær og øðrum ótrúli-ga nógv um kunningina, tí vit vóru bert fáir, ið sótu inni við upplýsingunum um hvat teljarin taldi, og tað hevur sjálvandi við sær, at sílafiskarar vildu hava at vita frá okkum og tað gav okkum nógv eyka arbeiði.

Eg havi bara fingið po-sitivar afturmeldingar um stroymingina, sigur Peter

A. E. Djurhuus og sílafiska-rar eru glaðir fyri møgulei-kan at kunna fara live inn í teljaran allar tíðir á sam-døgrinum. Eg haldi eisini at Sílaveiðufelagið hevur havt gagn av hesum og tí eru vit eisini áhugaðir í at halda fram við samstarvi-num við Norðlýsið á hesum økinum.

Page 12: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201412

Tað sigur for-maðurin í Føro-ya Sílaveiðufelag Josias Jacobsen. Andin við vat-nið hevur verið nógv hugaligari í ár samanborið við seinasta ár.

Í 2013 var sera óhugaligt hjá okkum sum vanliga fi-ska laks við Leynarvatn, Mjáuvøtn og Saksunarvatn. Orsøkin var at sera lítið av laksi kom aftur.

Hóast árið í ár langt frá hevur verið nakað rekordár og minni enn so nakað miðalár, so hevur broy-tingin verið stór, næstan 1000 laksar komnir niðan Leynará ímóti góðum 300 í fjør. Harafturat hava menn fiska 255 laksar úr Leynar-vatni í ár ímóti umleið 100 í 2013.

Vit hava ongi hagtøl fyri Saksunarvatn í sama mun og heldur ikki hava vit enn fingið veiðuloyvini inn af-tur, so vit vita ikki hvussu nógvir eru fiskaðir har, man har hevur ikki víst seg at gingið so væl sum í Leynum í ár.

Tað sum hevur verið ser-merkt fyri laksafiskaríið á vøtnunum í ár er, at ein he-vur sera sjáldan sæð laks á vatninum ímeðan ein hevur staði har og fiska. Eisini er tann broyting, at teir, sum hava fiska við agni hava fingið mest, ímeðan teir, sum hava brúkt pilk ella spinnara hava ligið teimum við agninum í hølinum og aftast hava flugufiskarnir darlað.

Hetta hevur ikki verið vanligt áður, tí vanliga fi-skar flugan mest. Um tað

hevur samband við, at so lítið hevur verið at sæð til laksin skal vera ósagt.

Sum flestu helst vita, so gera limirnir í Síla-veiðufelagnum eitt stórt ólønt arbeiði. Smoltstøðin hjá felagnum í Havnada-li verður passað allar da-gar á árinum, menn seta upp ræðarar við áirnar í Leynum og Saksun og nóg-vir eru teir, ið taka hond í tá út skal setast og tá strokið

verður. Til seinast og ikki minst

hava vit nógv at takka Tek-niska Skúla í Havn fyri, at skúlin hevur latið vitan og arbeiðsorku til menningi-na av Laksateljaranum. Men vit skulu heldur ikki gloyma tykkum á Norðlýsi-num. At tit hava varpa ljós á felagið og laksateljaran hevur havt stóran týdning. Stroymingin av teljaranum hevur gjørt at vit hava selt

fiskiloyvir sum ongantíð og ikki minst hava limir ok-kara fingið sera neyva kun-ning um hvussu laksurin í Leynará háttar sær.

Nú eru vit bara sera spen-tir uppá nýggju stammuna, ið vit fara st seta út í ko-mandi ári. Men eitt annað projekt, ið vit eisini eru spentir uppá er yngulútse-tingin, sum vit gjørdu fyri fýra árum síðani. Hesin yngulin fer helst út á hav nú

og kemur væntandi aftur í 2016 og 2017. Tað verður nevniliga sera spennandi at síggja hvussu hetta arbeiðið fer at eydnast.

Um nýggja stovnin, ið vit nú fara at seta út í koman-di ári er at siga, at framyvir verður onki strokið, fyrr enn avkomið frá hesum nýggja stovninum kemur aftur. Allur hesin fiskurin sum nú verður settur út

verður merktur, so tá hann einaferð kemur aftur verður tað hent at kunna brúka laksateljaran at síggja hvus-su nógvir eru merktir og hvussu nógvir ikki, sigur Josias Jacobsen, formaður í Føroya Sílaveiðufelag at enda.

998 L AKSAR Í ÁR ÍMÓTI 331 Í FJØ R TAÐ ERI EG ÓGVULIGA GL AÐUR UM

Page 13: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 13

Danial Viðoy

Tað er longu úti við ein mánaði síðani vit høv-du Mikkjalsmessu, sum boðaði frá at heystið var byrjað, ið hvussu er í Føroy-um. Í Danmark er tað ikki ein dagur, sum boðar frá, at heystið er byrjað, men ístaðin gerast trøini berari, og vegirnir verða átremur við leyvbløðum. Nú hava tey flestu trøini fingið ein gulan heystarlit. Ein yvi-rumkoyring frá einari ár-

stíð í aðra er sjarmerandi.

Myrkt og kalt úti men ljóst og heitt inniTað er ójavnt, hvussu ein og hvør sær upp á heystið og veturin, ið kemur í hølu-num.

Summi óttast heystið, ið fortelur, at tað er ein laaangur vetur fyri fram-man. Tað er ikki so huga-ligt at hugsa sær, um mann er heilt erligur. Hvat skal hin einstaki fáa langa vetu-rin at ganga við? Stríða seg

upp til arbeiðis/skúla, heim at eta og so í song/sofuna at hyggja í sjónvarp? – Tað er møguligt, men tað er nógv annað eisini.

At fara tíðliga upp, kan-ska íðka/leypa á bláman áðrenn arbeiði/skúla, góða ræsta síðu í ovnin, í høllina at sparka saman við monnu-num, ella í kvøldskúlan at hugna sær saman við kvin-nunum, geva seyðinum, ið altíð tekur væl ímóti tær, ella okkurt annað, sum ein-staka hugflogið og einstaki

áhugin velur.

Veturin heitur á teg um at taka í egnan barmVeturin í sjálvum sær kann tykjast eitt sindur neiligur og myrkur, men tað eru bara karmarnir. Tað er mø-guligt at tendra og at kyn-da upp í stovuni og hugna um. Og hvat er ikki ein røst síða góð ein kaldan vetrar-dag, nógv betri enn ein hei-tan summardag. – Veturin krevur nógv av tí einstaka, tann einstaki krevur at taka

í egnan barm og finna upp á leik.

Eitt er vist, at árstíðir-nar fara og koma. Vit sku-lu bara passa okkum eftir árstíðini. Og nú stendur aftur ein nýggj árstíð fyri framman. Vit flestu hava heystað tað, vit settu niður og við um várið; og nú er savnað saman til veturin. Hjallurin og spíðskamarið eru til reiðar at taka í móti vetrinum.

Á sumri lýsir sólin og ljósa tíðin bø og haga, og

køk og stovu. Men nú skulu vit gera tað ístaðin. Kynda upp, finna upp á og koma snikkaleys gjøgnum vetu-rin. Veturin er meira krev-jandi enn summarið, men veturin er spennandi og hugnaligur, um vit vilja tað.

LE Y V UBL Ø Ð FALL A OG SPERL AR RÆSNA – VETURIN BÍÐAR

Leyvubløðini á trøunum í Danmark gulna og missa takið, falla á asfaltið og doyggja.Í Føroyum eru flestu seyðir deyðir, sum vórðu útvaldir til skurðin í ár. Nú bíða føroyingar eftir kjøtinum, sum er hongt upp í hjallinum at fáa smakk. Teir fyrstu sperlarnir eru klárir.

Page 14: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201414

BROT ÚR NORÐLÝSINUM UM FISKA-TILFEINGIÐ Í ÆTLAÐ VAR AT SELJA SUM MANNAFØÐI:Tann 15. Januar søkir P/F THOR í Hósvík, Fi-skimálaráðið um loyvi til at Frystitrolarin Ran kann virka sum móðurskip hjá trolaranum Phønix á Fle-mich Kap.

Tann 24. Januar ke-mur játtandi svar úr Fi-skimálaráðnum har loyvi verður givið til at Phoenix kann umskipa og lata tosk til Ran á Flemish Cap í 2014.

Ætla at broyta KunngerðinaSum Norðlýsið skilir hevur hetta málið fingið ilt í hinar reiðararnar sum hava fingið loyvið at royna á Flemich Kap í ár. Talan er nevnili-ga um eina felagskvotu har trolarar og línuskip fiska um kapp av somu kvotu og nú ein aktørur hevur fingið loyvi at brúkar frystitrolara sum móðurskip hevur hesin ein stóran fyrimun fram um eitt nú Línuskipini. Tí skilst at Fiskimálaráðið kannar møguleikan at seta ein part avkvotuni til línuskipini ella at útskrivað eginkvotur - við at broyta sjálva kunn-gerðina.

HETTA verður tó on-gantíð gjørt og tí kappfi-skað føroysku skipini á Flemich Kap – hvør móti øðrum- til kvotan er upp-fiskað.

NORÐLÝSIÐ Tann 2.apríl

Flemish Cap fiskur í einum stórum klumpiÁhaldandi søgur hava gingið um fiskin hjá Rán og Phoenix, sum felagið Thor í Hósvík eigur, ið skipini eru komin við av Flemish Cap.

Í øðrum ørindum í Ánu-num í dag, gjørdu fólk ok-kum varug við, at fiskurin, sum Ran var í gongd við at leggja upp har, neyvan var hagreiddur á nøktandi hátt.

Leingi gekst at landa, og sum skiltist, so mátti sumt brótast upp við kúbeini og øðrum góðum, tí eini gott 70 tons, ella tað sum sva-rar til út ímóti 100 tonsum av Flemish Cap kvotuni, serstakliga stórur og góður fiskur, vórðu fryst saman í ein veldigan klump í lastini.

Fyri at fáa sjón fyri søgn, fóru vit ein túr umborð har eisini, sum vit vanliga eru umborð á skipum á Klaks-vík og fingu nakrar myndir av lastini.

Tað sá milt sagt ikki te-spiligt út í okkara eygum. Bæði har afturi í lastini og fram ímóti skottinum har frammi lógu stórir flot-tir toskar saman í einum stórum klumpi. Hvat er hent, ber okkum ikki til at siga, men tað sýntist ikki sum um skipinum restaði innpakning, tí hópin av nýggjum eskjum vóru at síggja umborð.

Vit sóu eisini fisk, sum var væl innpakkaður í pap-pír og sá út til at vera hag-reitt eftir tí, ein væntar av matvøruhagreiðing ídag, men hesir stóru saman-frystu klumparnir sóu alt annað enn innbjóðandi út.

Kvotan á Flemish Cap er partur av ”fólksins ogn” og hoyrir til tilfeingið hjá ok-kum øllum, tí má tað vera eitt krav at tey, ið fáa loy-vi at troyta hetta tilfeingið,

fara somikið væl um, at hetta gevur so góða inntøku fyri landið, sum møguligt.

Hetta var bert ein partur av lastini, sum vit sóu. Men komast kann ikki uttanum, at slíkur hugburður til ok-kara fiskatilfeingið kann neyvan góðtakast.

Thor onga viðmerkingStjórin hjá Thor, Hans An-drias Joensen, vil onga við-merking gera, men gjørdi greitt, at um greinin var løgd út á netið var málið melda fútanum, tí Norðlý-sið hevði ikki loyvi at fara umborð á Rán.

NORÐLÝSIÐTann 3. AprílTíðindaskriv fráleiðsluni í THOR

THOR: Fiskur hagreiddur og fermdur á rættan hátt Tey flestu skipini, sum koma av Flemish Cap eru í júst somu støðu sum Ran, tí ein partur av fiskinum var so stórur og feitur, at ikki ber til at blokkfrysta hann. Góðskuni feilar onki, tí fiskurin er bæði væl hag-reiddur og niðurfrystir eins væl og restin av fiskalastini. Ódámliga og ólógliga her-

ferðin hjá Norðloysinum er tí ikki annað enn ein mis-skilt roynd at æruskemma trolfiskiskapin til frama fyri línufiskiskapin, tí he-sin ikki fekk alla kvotuna á Flemish Cap.

Tey bæði skipini hjá Thor, Ran og Phoenix, ið júst eru komin aftur av sera væleydnaðum túri á Fle-mish Cap við fullari last, eru nú landaði, og góðskan á fiskinum er av tí allar be-sta. Hetta, hóast Norðlýsið á bæði ódámligan og ólóg-ligan hátt í gjár gjørdi eina roynd at æruskemma reiða-rafyritøku okkara, tí vit ikki skulu hava hagreitt og

lastað ein part av fiskalasti-ni á rættan hátt.

Norðlýsið roynir at skapa eina misteinkiliga mynd av eini støðu, ið er heilt vanlig, og sum øll onnur skip við frystilast, ið eru komin av Flemish Cap, bæði eru og hava verið í. Nevniliga, at ein partur av fiskinum, ið er ov stórur til at blokkfry-sta, á sama hátt má frystast heilur, eins og gjørt varð umborð á Ran. Hetta er ein heilt vanlig og væl kend avbjóðing innan fiskivinnu allastaðni, sum ikki bert er galdandi fyri stóran tosk, men sjálvandi øll stór fis-kasløg og annað, sum fæst úr sjónum, ið verður heil-fryst.

Fyri okkara viðkoman-di er talan um eini 70

tons av teimum tilsamans 410 tonsunum, har fisku-rin er so stórur og feitur, at tað ikki ber til at frysta hann í blokk. Hetta mer-kir á ongan hátt, at hesin fiskur ikki lýkur neyðugu góðskukrøvini, sum eru galdandi. Vit er tí ikki í iva um, at eisini hesin parturin av lastini er í lagi, men tað fáa vit nærri at vita, tá Heil-sufrøðiliga Starvsstovan er liðug at kanna fiskin.

Umboð fyri fiskakeypa-ran var á staðnum, meðan lossað hevur verið og tikið góðskuroyndir av fiskinum. Eisini av fiskinum, sum HFS hevur lagt hald á, og

teir eru sera væl nøgdir við góðu góðskuna frá Ran.

Tað er tí ómetaliga har-miligt og ørkymlandi fyri okkum sum fyritøku, at vit við bæði ódámligum og ólógligum framferðarhátti skulu verða viðfarin sole-iðis, har ein fjølmiðil í síni misskiltu roynd at renna ørindi fyri aðrar partar av høvuðsvinnu føroyinga – og í síni jakstran eftir sen-satiónini – nýtir slík loka-brøgd at sverta okkum til.

Thor kannar í løtuni, um rættast er at melda Norðlý-sið fyri ólógliga at hava útvegað sær atgongd til skip okkara, ella um rættast er at taka onnur stig.

NORÐLÝSIÐ

Tann 3. Apríl

Grovar hóttanir móti Norðlýs-inum um myn-dirnar vóru almanna-kunngjørdarLongu áðrenn mynda-maðurin hjá Norðlýsinum var komin niðan aftur á redaktiónina ringdi stjórin a Thor, Hans Andrias Jo-ensen, og hótti við bæði ei-num og øðrum um Norðlý-sið vísti almenninginum myndir úr lastini á RAN. Um Norðlýsið vísti myn-dirnar skuldi stóra reiðaríði úr Hósvík við øllum sínum stóra og umfatandi virk-semið kvetta øll handils-sambond við Klaksvík og klaksvíkingar gjørdi reiða-rin stjóranum á Norðlýsi-num greitt.

Blaðstjórin á Norðlýsi-num var sum vanligt farin ein biltúr mikumorgunin við myndatólinum. Leiðin gekk sum vanligt inn í skúrar og umborð á bátar at frætta tíðindi og komin norð í Norðhavnina ke-mur hann í prát við fólk á bryggjuni sum sigur frá um vánaligan fisk umborð á Rán.

”Tey mugu bróta fiskin úr lastini við kúbeini tí alt er kroyst saman og fryst í ein klump….” verður sagt. Sum vanligt hjá blaðstjóra-num, so fer hann sjálvandi umborð at hyggja at støðu-ni og ógvast við og tekur myndir av støðuni.

Kl. 11:31Hans Andrias Joensen, stjóri í THOR, ringir til stjóran á Norðlýsinum tí myndamaður og blaðstjórin hjá Norðlýsinum, Oliver Joensen, uttan at biðja um loyvi hevur verið í lastini

Framhald av síðu 3

Page 15: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 15

hjá RAN. Hetta er áðrenn blaðstjórin er komin niðan á redaktiónina og stjórin hevur ikki sæð myndirnar.

…. Um tað er lítið skil á lastini so er tað nakrir klaksvíkingar sum landa og eg kenni einki til at lítið skil skal verða á lastini…. Tit dyrka eina negativa søgu… veruleikin er tann at einki er galið við fiski-num umborð á RAN, hann er nógv betur enn nakar línufiskur…. Men kemur nakað sum helst um hetta í Norðlýsið so meldi eg teg.. og tað fyrsta eg fari at gera er at tosað við Skipafelagið. Vit hava einki at krógva, men tit vilja bara hava eina negativa søgu, tí tit hava hoyrt onkran landara niðri í lastini sum ikki tímir at landa. Skrivað tit nakað so kemur eingin bátur hjá ok-kum aftur til Klaksvík og tit verða meldaðir til poli-tiið.

Kl. 13:43Eftir at redaktiónin he-vur mett um myndirnar verður avgjørt at koyra søguna men áðrenn søgan verður løgd út á neti sen-dir stjórin á Norðlýsinum liðugt skrivaðu greinina til stjóran í Thor til viðmer-kingar. Síðani verður ringt til Heilsufrøðiligu Starvs-stovuna at spyrja um teir hava nakað at viðmerkja til málið, og har verður vátta at teir longu kenna til málið og arbeiða uppá ”højtrykk” við málinum og at okkurt verður at frætta seinri.

Kl. 14:00Ringir ein fyritøka í Klaks-vík og heitir inniliga á stjóran á Norðlýsinum um ikki at almannakunngera myndirnar tí stjórin á Thor hóttir við ikki at keypa fleiri tænastur frá hesi fy-ritøkuni verða myndirnar kunngjørdar.

Kl. 14:15Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor ringir og setir

fram hóttanir móti stjóra-num á Norðlýsinum um myndir verða lagdar út á neti ella í blaðið.

….Nú havi eg lisið tað tit skrivað og hetta eru stór virði sum standa uppá spæl… tað verður keypari og vit sum koma at avgera hvat vit gera…. Kanst tú koma á fund við okkara sakførara beint nú í Havn (stjórin á Norðlýsinum si-gur at tað liggur ikki fyri men at stjórin í Thor saman við advokati sínum eru vælkomin til Klaksvíkar til eitt kaffiprát)….. hetta er ikki fryst saman….. tit høvdu eitt yvirskot í ár men innanvirði í felagnum hjá tykkum dekkar ikki stev-ningina sum vit fara eftir verða myndirnar lagdar út….. eg havi onga viðmer-king… men kunngera tit myndirnar so skal tað svíða dygt…..annars hava vit ein-ki ímóti at tit koma umborð høvdu tit biði um loyvi frá okkum…..

Kl. 14:35Verður greinin um lastina á RAN við einari mynd løgd út á nordlysid.fo

Kl. 14:38Sendir stjórin í THOR ein teldupost til stjóran á Norðlýsinum:

Hey John William Joen-sen

Tú mátti heldur skriva um pápa tín tá hann ringdi runt og skuldi skjóta seg sjálvan.

Ella onkra viðkomandi ræðuliga keðiliga søgu um teg sjálvan.

Heldur enn at skriva keðiligar søgur um góðan tosk í lastini á Ran.

Men kanska onkur annar kemur at skriva ræðusøgur um tykkara privata rótaríð.

VhHans Andrias

Kl: 14:41Sendir stjórin á Norðlýsi-num hendan teldupostin til stjóran á Thor:

Takk fyri sakligu viðmer-kingina – pápi hevur greitt almenninginum frá søguni – í øðrum miðlum….

Vhjwj

Kl. 14:46Sendir stjórin á THOR tel-dupost til stjóran á Norðlý-sinum:

Ikki sakligt tá hann ikki hevur tosa við meg, aðrenn hann er komin umborð.

Hettar er ikki øðrvísi enn um eg komi inn til tin hei-ma og takið nakrar myndir av tykkara heimarótaríðið.

VhHans Andrias

Kl. 15:49Kemur teldupostur til Norðlýsið frá privatari fy-ritøku sum hevur handils-samband við THOR, har le-iðarin heitir á Norðlýsið um at taka mynd av fiski í lasti-ni hjá RAN av heimasíðuni.

Eisini aðrar áheitanir koma um at taka myndirnar av aftur nordlysid.fo

K. 23:46Hevur nordlysid.fo sam-røðu við stjóran á Heil-sufrøðiligu Starvstovuni har hesin váttar at teir hava afturhildi umleið 40 - 50 tons frá RAN sum stendur á kajuni í byngjum og eini 15-20 tons sum eftir er um-borð. …. tað sær út til at hesin fiskurin hevur verið ov stórur til maskinurnar umborð …… sigur stjórin.

Kl. 07:10 hósmorgunin hevur eingin sakførari ella fúti vent sær til Norðlýsið.

NORÐLÝSIÐ Tann 11. Apríl

Eygleiðari frá VØRNSkrivar eygleiðari frá VØRN, sum hevur verið við RAN á Flemic Kap, tel-dupost til VØRN har greitt

verður frá hvussu illa gekst at handfara fiskin umborð á RAN.

Men Norðlýsið fær ikki innlit í hendan teldupost fyrr enn týsdagin 21. Ok-tober eftir at løgtingssins umboðsmaður hevur við-gjørt kæru frá Norðlýsinum eftir at baði VØRN og Fi-skimálaráðið høvdu nokta innlit:

Les frágreiðing síðst í greinini

NORÐLÝSIÐTann 14. Apríl

83,5 tons frá trolaranum RAN er ikki mannaføðiTað skrivar Heilsufrøðili-gastarvsstovan í frágreiðing sum er send THOR til um-mælis. Starvstovan hevur sett forboð at selja leysa fiskin sum er í 152 + 82 = 234 scankontainarum sum eru á goymslu í frystihúsi-num í Ánunum. Sum skilst kann fiskurin tó brúkast sum djóraføði.

Heilsufrøðiliga Starvs-stovan staðfestir at ors-økin til at fiskurin ikki er egnaður til mannaføði er skeiv viðger:

.....Viðgerðin .... vísur at talan er um skeiva virking, við tað at fiskurin ikki er innfrystur sum lýst í kunn-gerð og fiskurin er haraf-trat ikki vardur móti dál-king…..

Harafturat vísir Heil-sufrøðiligastarvsstovan á at THOR kann ikki doku-mentera temperaturskráse-tingar í lastini í ein mánaða frá byrjan av (red:túrinum) framleiðsluni meðan RAN er sum móðurskip á Fle-mish Kap.

NORÐLÝSIÐTann 23. Apríl

Eygleiðarar hjá VØRN hava ongar skylduryvir fyri Heilsufrøðiligi StarvstovuniVØRN váttar at eygleiða-ri var umborð á skipum á Flemich Kap, men VØRN undirstrikar at endamálið hjá hesum eru ikki at røkja áhugamál hjá Heilsufrøði-ligustarvsstovuni, verður sagt í svarið frá VØRN.

” Eygleiðarar verða set-tir við heimild í § 36, stk. 1, í lóg um vinnuligan fi-skiskap, og hava sostatt til uppgávu at boða Fiskive-iðieftirlitinum frá viður-skiftum umborð sum hava týdning fyri skipanina av fiskiskapinum sambært lóg um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í hesi lóggávu. Harum-framt er eisini avtalað við Havstovuna, sum í ávísum førum letur eygleiðarar frá Fiskiveiðieftirlitinum taka stakroyndir og savna inn dáta av ymiskum slag. En-damálið við eygleiðarum er sostatt ikki at hava røkja áhugamál hjá t.d. Heil-sufrøðiligu Starvsstovuni ella áhugamál sum hava til-knýti til matvørulóggávu-na, sigur VØRN í stuttum svarskrivi til Norðlýsið.

NORÐLÝSIÐTann 23. apríl

eftirlitsfólk vóru umborðá RANVØRN váttar at eftirlitsfólk vóru umborð á RAN meðan 120 tons av rundum (kruvd 77 tons) endaðu stapla, óin-npakkað í frystilastini um-borð á RAN.

Norðlýsið er nokta innlit í eftirlitsfrágreiðing sum Vørn metir verða innanhý-sis skjal. Eftir at Norðlý-sið vísti myndir frá lastini á Ran staðfesti ein annar myndugleiki – Heilsufrøði-liga Starvsstovan – at fisku-rin ikki kundi brúkast sum

mannaføði tí at viðgerin av fiskinum hevði ikki fylgt lógligum mannagongdum.

Meðan mannagongdir ikki vóru fylgdar gekk ef-tirlitsfólk frá einum øðrum føroyskum myndugleika VØRN og spaseraði á dek-kinum.

VØRN noktar sum sagt fyri innlit í frágreiðing sum er skriva stovninum.

Sum skilst hevur heldur einki samskifti verið mil-lum Vørn og Heilsufrøði-ligu Starvsstovuna í hesum málið.

NORÐLÝSIÐ Tann 30. Apríl

THOR: VØRN góðtók fram-ferðarháttinTHOR skriva at VØRN góðtók framferðarháttin í samband við frysting av singul-frystum umborð á RANTann 30. Apríl avdúkar Norðlýsið at THOR yvir fyri Heilsufrøðiligustarvs-stovuni halda fast um at alt var gott umborð á Ran og Phoenix tí Vørn var vitandi og góðtók tað sum fór fram:

(Thor skrivar til Heil-sufrøðiligu starvstovuna tann 23. Apríl)

…. Upprunaliga var ætla-nin at framleiða, pakka og frysta allan fiskin men ein partur av veiðuni var sera stórur og feitur toskur….. hetta var ein óvæntað støða….

… skip og reiðarrí um-røddu støðuna…… støðan bleiv eisini umrødd við eygleiðara frá VØRN, sum var umborð allan túrin. Niðurstøðan var, at besta loysnin var at frysta tann stóra toskin í frystilastini, soleiðis sum vanliga verður gjørt tá skip koma í hesa støðuna……

… tá fiskurin kom um-borð bleiv hann koyrdur í krapaís, sum kølir fiskin niður á 0 stig… kruvdur, avhøvdaður, reinsaður og vaskaður á fabrikkini og gjørdur klárur til fry-stingar….

… er hagreiddur í hølum sum eru gjóðkend….síða-

Page 16: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201416

ni lagdur í persendingar í frystilastini…. Og síðani stakkaður… temeratururin í lastini var allatíðain mi-nus 18 stig (RED: er ikki dokumenter digitalt – men við brævinum til Heil-sufrøðiligustarvssovuna er eitt skjal sum reiðarríði si-gur er manuel skráseting av temperaturinum í frystirú-minum)……

… alt var gjør fyri at tryggja at stóri fiskurin ikki skuldi fara fyri skeyti…… fiskurin varð ikki pakkaður tí eingin útgerð var til stóra fiskin…… annars er heilt vanligt at fiskur ikki verður pakkaður fyrr enn hann er landaður…..

NORÐLÝSIÐTann 1. mai

Vestergaard: Myndugleikarkunnu tosa samanNorðlýsið spurdi lands-stýrismannin í Fiski-vinnumálum um málið

viðvíkjandi fiskiskapinum hjá Phoenix á Flemish Kap: Meðan stórur og smáur toskur var uttan verju var stablaður upp í rúgvur í lastini umborð á RAN var eygleiðari frá Fiskive-iðueftirlitinum umborð og sá tað sum gekk fyri seg,-men VØRN ger greitt at teirra uppgáva er ikki at renna ørindi fyri Starvs-stovuna.Meðan stórur og smáur toskur var uttan verju var stablaður upp í rúgvur í lastini umborð á RAN var eygleiðari frá Fiskiveiðueftirlitinum um-borð og sá tað sum gekk fyri seg.Men VØRN ger greitt at teirra uppgáva er ikki at renna ørindi fyri Starvsstovuna.HEVUR FISKIMÁLARÁÐIÐ ella landstýrismaðurin eina viðmerking til hetta – og halda tit tað verða í lagi at myndugleikar ikki hava til uppgávu at samstarva?

JACOB VESTER-GAARD: Tað er rætt, at eygleiðarar hjá Vørn ikki hava nakrar skyldur yvir-fyri Heilsufrøðiligu Starvs-stovuni. Eygleiðarar hjá

Vørn hava ongar heimildir eftir matvørulóggávuni og hava heldur ongar førleikar til at meta um, hvør viður-skiftini umborð á fiski-skipum eru í samsvari við treytir settar sbrt. matvø-rulóggávuni. Um ein myn-dugleiki sær, at tað kunnu verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við lóggávu, sum annar myndugleiki umsitur og hevur ábyrgd av, so ber væl til at boða frá til rætta myndugleika, so hesin kann taka mál upp. Fiskimálaráðið leggur seg ikki úti um ella undir hvør-jum umstøðum Vørn skal boða frá til aðrar myndug-leikar. Annars skulu vit vísa á, at bæði Fiskimálaráðið og Vørn hava gott samstarv við aðrar myndugleikar, herundir eisini Heilsufrøði-ligu Starvsstovuna.

Tann 15. Oktober

Álit viðvíkjandi klagu um nok-tandi innlit í eygleiða-

rafrágreiðing frá Vørn Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at A hevði fingið noktað innlit í eina eygleiðarafrágreiðing hjá Vørn. Umboðsmaðurin metti ikki, at grundarlag var fyri at nokta innlit í hesa frágreiðing og heitti tí á Vørn um at taka inn-litsumbønina uppaftur til viðgerðar og lata seg fræt-ta, hvat víðari hendi í máli-num. J. nr. 14/00030.

Tann 21. Oktober

Norðlýsið fær endiliga innlit Norðlýsið fær endiliga inn-lit í frágreiðing sum eygle-iðari umborð á RAN skri-var og sendi til Vørn tann 11. Apríl.

… Ársaka eg sendi fyrst nú………

…. Vit komu á fiskileið tann 5. Februar 2014. Tað fyrsta hálið var ikki stórt, men kortini ov nógv hjá

veiða ….. sigldu góðar 10 tímar áðrenn trolið fór út aftur……

…. Túrurin gekk sera illa á byrjan við og veðrið var ikki av tí besta…. Aksel ge-neratorin fór á Phoenix… førdi við sær at alt tók longri tíð… brúkti 1 tíma hvørja ferð fyri at fáa trolið inn… fyri síðani at skjóta ein enda yvir um til Ran….

Tann 11.02.. fór allir fis-kurin úr posanum hjá Pho-enix meðan hann hekk aft-uri í reyv……

Tann 14.02 fer Phoenix inn at bunkra í St. Pierre og eftir hetta kom vend í….. (RED: Nú gekk betur um-borð)

Tann 02.03 kom sjóver-jan umborð. Teir kannaðu bæði posa og hugdu nærri at lasta plan og alt annað var dagført. Her var so einki at finnast at. Eisini brúktu teir langa tíð í la-stini á Ran, har teir máldu upp og gjørdu eina meting av hvat var niðurkomið í la-stina. GG. Sjóverjan talaði ikki at hvussu fiskurin var stúvaður í lastini…..

Tann 4. Mars skrædnaði enn ein posi …..

… túrurin sum heild gekk sera illa at byrja við, men so kom vend í tá Pho-enix hevði verið sín fyr-sta túr inni í St. Pierre og bunkra. Tað var nógv at fáa og sumt av fiskinum var so stórur at hann ikki passaði í plátufrystarin. Plátufry-starin umborð á Ran hevur 10 cm glopp ímillum. Hetta hevur við sær at nógv av fi-

skinum ikki fara í hann. Tí valdu teir umborð at frysta hann í sjálvari lastini. Tað skal viðmerkjast at hettar bleiv gjørt allan túrin. Tað bleiv gjørt á tann hátt at fiskurin bleiv lagdur á eina presending í lastini. Tà fis-kurin so var frystur bleiv hann koyrdur í eina krubbu í lastini. Fiskurin bleiv av tí sama aldrin inn pakkaður. ….

Um tann single frysti fis-kurin á Ran varð koyrdur ímillum ein plátufrystara so meti eg at hann hevði farið í knús. So eg dugi ikki at síggja hvussu Ran skul-di takla hesa støðu á annan hátt. Mær vitandi so hevði Ran ikki pakkning til tann stóra toskin……

Mín niðurstøða er, at Ran yvirhøvur ikki var egnaður at virka sum móðurskip og av tí sama uppstóð hesin trupulleikin við tí leysa fi-skinum. Allur tann stóri fiskurin mátti drassast fram ígjøgnum alla fabrikkina og líka niður í lastina. So tá tann stóri fiskurin skul-di flytast fram mátti alt annað arbeiði í fabrikkini niðurleggjast og allir vóru noyddir at hjálpa til, skri-var eygleiðari hjá VØRN í skrivligari frásøgn til før-oyska fiskiveiðueftirlitið.

Page 17: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 17

Hóast krav um ”digitalt-online” dokumentatión sum fyl-gir hitanum í frystirúminum, so var eitt hondskrivaskjal einasta dokumentatiónin ið Heilsufrøðiliga Starvsstova fekk frá reiðararíinum Thor(myndin til vintru)

Frágreiðing sum eyglaðarin frá Vørn skrivaði um túrin á Flemich Cap við móðurskipinum RAN. Norðlýsið hevur umvegis

løgtingsins umboðsmann fingið innlit í skjalið í hesai vikuni.(myndin til høgru)

Page 18: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201418

’Lat teg nú í jakkan, hald føturnar heitar – ella verður tú forkølaður, ella fært krím’. Soleiðis ljóðar mýtan. Men tað er virus og ikki kuldin, sum ger at men-niskja fær krím.

Danial Viðoy

Nú veturin stendur fyri du-rum og køldu næturnar og dagarnir standa fyri fram-man, brynja fólk seg ímóti forkølisli ella krími, sum er tað meira føroyska orðið. Fólk flest halda, at tað er kuldin, ið spælir okkum eitt puss, tá ið krímið vitjar,

men so er ikki. - Tað er ikki kuldin, sum ger nøsina til eina rennandi á; tað er ein virussmitta.

Virus er orsøkin til krímÁðrenn ein persónur fær krím, má viðkomandi hava eina virussmittu, og tað fær viðkomandi ikki bert við at vera kaldur, ella illa til passar, sum summi pla-ga at taka til. Sjálvt um tú følir teg sera illa til passar og kaldan, fært tú ikki krím fyrr enn tú verður raktur av einum krímvirussi. - Krím-virus ferðast allatíðina og verður á jørðini alla ok-kara tíð, sigur Søren Riis Paludan, sum er dr.med. og lektari á Institutt fyri Medicinsk Mikrobiologi og Immunologi á Aarhus Uni-versitet.

Virus fegnast tó um kuldanTað finst ein rúgva av ym-sum krímvirussum, og tey raka okkum, óansæð um Óli ella Marsanna balla seg undir einum teppi við einum heitum koppi av te, ella eru í summarklæðum í januarmánaða. Hóast het-

ta er tað ein sannroynd, at køldu vetrarmánaðirnir eru krím-mánaðir. Tað eru flei-ri krím um veturin.

Søren Riis Paludan greiðir frá, at kuldin og ein ávís slavin luft geva krímvirussinum betri livi-umstøður. M.a. rekur kølið veður og regn fólk inn un-dir tekjuna og tættari med-menniskjum. Hesar tvær orsøkirnar tilsamans elva til fleiri krím.

Turr slímhinna elvireisini til krímKuldin turkar okkara slím-hinnur, og tað er eisini ein orsøk fyri, at krím niður-bindur og leggur fólk la-mið, tá ið tað er kølið. Slev-jutar (fugtigar) slímhinnur í næsa, hálsi ella munni eru ein vernd ímóti krími. Ha-rafturímóti bjóða vetursins turru slímhinnur virussi-num vælkomnum.

Kanska eru ommusa ráð um, at minnast heit klæði ikki so vánalig hóast alt. Tí tað er nevniliga við til at tálma slímhinnunum at turkast, ella at torna upp. Men ein góð immunverja, sum vit fáa við vitamin-

ríkum kosti, rørslu og nokk av vætu, er eitt betri vápn, tá ið vit hugsa um at halda virussinum burtur.

Grønt snor er gottTá ið fólk hava havtkrím í nakrar dagar,byrjar snorið at skifta lit frá klárum, gjøgnumskygdum liti til meiri grønan lit.Og tað grøna snorið er gott. Tað er tekinum, at kríggið ímillum immunverjuna og krímier í hæddini.

Tað grøna snorið er tekin uppá, at kyknurnar hjá immunverjuni eru farnar í kríggj, eru til dystin fús. Hesar kyknur-nar lata lív í stríðnum, at fáa viðkomandi frískan. Hesar koma deyðar út í gjøgnum næsarnar, og liturin á teimum er meira grønligur og samanhan-gandi. – Tað grøna snorið er ein sigur á kríminum.

KRÍM?

Page 19: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201420

sí www.treysti.fo

Page 21: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 21

Mongu sudoku fjeppa-rarnir hjá Norðlýsinum hava bíða leingi. Men nú verður farið undir nýggja kapping. Longu í blaðnum í dag hava vit sudoku gátur at loysa. Hóast vit enn ikki kunngerða vinningarnar, so telur sudokugátan í blað-num ídag við í kappingini.

Fyrstu vinningarnir verða drignir, mánadagin 24 november og seinastu vinningarnir í ár verða drignir longu 15. Desem-ber.

So tað er bara at byrja beinanveg, loysi gátuna í blaðnum í dag og sendið inn til: Norðlýsið, Rygsve-gur 3, Boks 58, 710 Klaks-vík.

SUDOKU K APPINGINAF TUR Á BREDDAN

Page 22: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 201422

Ragnar Ludvig er tvørámaður í sinn og skin. Í 2010 flutti hann heim úr Oslo og í sum-mar valdi hann saman við konu og børnum at búsetast í Klaksvík. Hetta var eitt tilvitað val tí eftir at hava mett um kostnað at bú-setast kom hann til tað niður-støðu at tað var munandi bíligari og lættari sum familja at seta búgv í Klaksvík enn tað er m.a. í Tórshavn.

- Vit kundu valt at búð aðrastaðni har tað eisini er bíligari enn í Klaksvík, men hetta hevði viðført nógva koyring til og úr arbeiði. Fyri eina familju sum okkara er Klaksvík sera væl egna, tí alt er so nær – tú kanst ganga ella súkla til handils og arbeiði, skúla, ítrótt ella samkomu, greiður Ragnar Ludvig frá sum starvast sum ”konsti-tueraður” leiðari á Sjónám.

Ragnar vaks upp á Tvør-oyri til hann var 16 ár og fór síðani til skips og stutt aft-aná á Sjómannskúla í Havn. Sigldi síðani eina stutta tíð sum stýrimaður í danska handilsflotanum men var skjótt noyddur at ásanna at sjómannslívið og serliga tað at verða nógv burtur frá

familju, lá ikki til hansara.- Tí var skjótt at eg leitaði

mær aðrar vegir. Fór síðani til Bergen í 90-unum og ar-beiddi hjá FALCK NUTEC sum er ein stór trygdar-miðstøð og her birtist ein áhugi fyri hesum fákinum, sum er trygd á Sjónum. Teir mæltu mær til at fara undir at lesa verkfrøði í trygd á sjónum. Men eg fór ístaðin at lesa maskinverkfrøði við sergrein í skipabyg-ging og kom sostatt ikki aftur til Norra at arbeiða. Síðan flutti eg heim og havi eg arbeitt hjá MEST við økjum sum hava atlit til útbúgvingina og fór so af-tur til Norra og arbeiddi á høvuðsskrivstovuni hjá Det Norske Veritas í 3 ár í Oslo

og búðu eg og familjan í Oslo hesi trý árini.

Øll spyrja um ættarbond til KlaksvíkMen so fluttu vit heim af-tur á klettarnar og eftir eina tíð fekk eg arbeiði hjá Sjóvinnustýrinum, har eg starvaðist í trý ár. Og endin bleiv at vit valdu at búsetast í Klaksvík. Tá eg greiði frá hesum er tað eitt sindur skemtiligt at hoyra hvat fólk siga og hugsað um hetta. Tað fyrsta tey spyr-ja um er ættarbond og tá eg so greiði frá at eg ikki eigi beinleiðis ættarbond til Klaksvík – ja – so gan-ga tey út frá at konan er ættað úr Klaksvík. Men tá eg so greiði frá at tað hevur

hon heldur ikki – standa fólk eitt sindur spyrjandi, greiður Ragnar frá og he-vur hug at flenna.

Fyrsta orsøkin til at vit tóku avgerð um at flyta til Klaksvík er at vit eftir at hava búð í útlandinum vóru troytt av at ferðast langa leið til arbeiði o.a.

Vit fluttu fyrst til Havnar at búgva og so koyrdi eg til arbeiðis á Sjóvinnustýri-num sum er vesturi í Vágu-num, men hetta var sera ópraktiskt og harafturat fann eg út av tí at tað er sera dýrt, sum familja at búgva í Havn.

Eg og konan vóru samd um at tað var eingin vin-ningur fyri okkara familju at vit bæði fóru út at ar-

beiða 120 prosent og sam-stundis seta okkum í stóra skuld fyri at festa búgv. Hetta ynsktu vit at umgan-gast, og kanska kemur tað av at vit bæði eru eitt sin-dur eldri og ynskja eitt ávíst frælsi í lívinum. Hon er 36 ár og eg eri 42 ár so at hava eitt ávíst fíggjarligt frælsi á privata frontinum taldi nógv. Og vit ynsktu ikki at verða noydd til at arbeiða meira, men heldur at ansa eftir útreiðslunum og har-við sleppa undan at arbeiða alt ov nógv bert fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Tá vit tosaðu um het-ta vóru vit samd um at vit dámdu sera væl at verða mitt í landinum og hugsaðu fyrst um Norðskála og Oyri

sum bæði halda verða eitt sera gott økið. Men skuldu vit búgva har, so vóru vit noydd at hava tveir bilar og so var langt at koyra til ak-tivitetir og so hekk rokni-stykki ikki saman. Meðan eg arbeiddi á Sjóvinnustýri-num kom ein lýsing í bløði-ni frá Sjónám í Klaksvík eftir einum skeiðslærara og tá fóru vit at hugsa um Klaksvík. Konan er sjúkra-systur men er framvegis he-imagangandi við børnum.

Eftir at hava umhugsað støðuna valdu vit at flyta til Klaksvík.

Í mun til Tórshavn er bíligari at keypa hús í Klaksvík. Harafturat er tað í heila tikið bíligari at liva tí stutt er frá heim til

FLUT TI HEIM OG VALDI AT BÚSETAST Í KL AKSVÍK

Page 23: Nordlysid nr 35 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 35 FRÍGGJADAGIN 24. OKTOBER 2014 23

arbeiði og frítíðaraktivite-tir. Harafturat er bíligari at luttaka í fimleiki og øðrum aktivitetum. Tá alt verður tikið við er bíligari hjá barnafamiljum at búgva í Klaksvík enn í Havn.

Vit búgva enn til leigu og leita eftir húsum sum hóska til okkum. Eg havi lagt merki til at hús sum eru bygd í 70 – 80unum eru einar 750.000 kr. bíliga-ri í Klaksvík enn í Havn, men hóast hetta haldi eg at prísurin er framvegis høgur. Eg havi sæð hús sum eru 30 ára gomul stan-da fyri 1,3 - 1,5 mió. og líknandi hús kosta 2,2 til 2,4 mió. í Havn.

Klaksvíkin er eisini mei-ra bygdaslig og tí viðkoma fólk meira hvør øðrum og hetta var eisini nakað sum tiltalar okkum.

Vit ganga í Betesda og má eg siga sum er at hetta er ein sera góð samkoma har vit beinanvegin kendu okkum vælkomin og komu á hendan hátt at kenna nógv fólk beinan vegin. Hetta havi eg tikið sum eitt bonus tí tað var ikki hetta sum vit hugsaðu um tá vit fluttu til

Klaksvíkar. Men hetta he-vur givið okkum eitt posi-tivt upplivilsi afturat.

Tað sum eg haldi er ein tann besta upplivingin við at búgva í Klaksvík er at eg fyri fyrstu ferð síðan eg sum heilt ungur flutti av Tvøroyri, havi fingið eina kenslu, sum eg hevði tá eg búði á Tvøroyri. Og her líkjast Klaksvík og Tvør-oyri sera nógv hóast Tvør-oyri er munandi minni enn Klaksvík.

Kenslan av at alt í bý-num er einans fimm minut-tir burtur er ein sera góð kensla!!

Her er ein sera stórur munur millum Tórshavn og Klaksvík.

Tað eru bara tey sum búgva í sjálvum miðbýnum í Havn sum kenna til hetta at hava stuttan veg til ar-beiðis og aktivitetir.

Í Klaksvík kann ein súkla til arbeiðis, ganga til han-dils og børnini kunnu sjálvi leita til fimleik, svimjing, ítrótt og aðrar aktivitetir og sum ein barnafamilja hevur hetta stóran týdning – ikki minst fíggjarliga.

Í mínum vaksna ar-

beiðslívið havi eg brúkt sera nógva tíð uppá at koma til og frá arbeiði og tí er tað eitt fantastiskt frælsi fyri meg at kunna koyra runt víkina til arbeiðis uppá fáar minnuttir. Í Oslo skuldi eg í tríggjar bussar og eitt tok – brúkti 70 minuttir bara fyri at koma til arbeiðis og so tað sama heimaftur.

Ikki lætt atfinna rætta húsiðHóast húsini í Klaksvík eru bíligari enn í Havn so hava vit sett okkum fyri at fáa eini hús sum helst ikki skulu kosta omanfyri eina millión.

- Eg og konan hava ein heldur konservativan og afturhaldandi hugsunar-hátt og eru samd um at vit skulu royna at klára ok-kum við einari inntøku, so langt sum tað røkkur. Um tað skal bera til hjá einari inntøku at gjalda gildið so er ikki pláss hjá okkum at lána meira enn eina mió. kr. fyri at keypa eini hús. Við eini rímiligari góðari al-mennari inntøku og einum húsum har lánibyran er um milliónina klárar man at

liva sparsomligt og hava eitt familjulív har konan kann verða heimagangan-di og vit samstundis hava eitt frælsið har arbeiði ikki fyllir alt lívið. Eydnast het-ta okkum so sum vit ætla so kemur hetta okkum til góða tá konan aftur ferð til arbeiðis og tað verður sjálvandi upp til hana at meta um nær hon ætlar tað. Og við ikki at spenna seg alt ov nógv, kemur hetta so sjálvandi okkum til góða og vit fáa sum familja enn meira frælsi.

- Hetta hevði ikki verið gjørligt um vit keyptu eini 30 ára gomul hús í Havn fyri 2,2 mió. kr.

- Men eg hevði ikki flutt til Klaksvík uttan at eg hevði havt møguleika at fingið eitt arbeiði sum mær dámar og sum passar væl til mína útbúgving. Og arbeiði á Sjónám er sera væl egna til mín og eg trívist fram úr væl. Fyri konuna var tað eisini avgerandi at her eru sjúkrahús og ellisheim sum hon kann søkja um starv á tá tað verður aktuelt. Eisini eru fleiri aðrir møguleikar at søkja góð størv í Klaks-

vík.- Eg veit væl at tað er

ikki serliga inn at konan er heimagangandi men vit hava ynski at royna tað og so mugu vit síggja hvussu hetta fer at roynast.

- Eg haldi at Klaksvíkin skal halda fast við eitt ima-ge sum ikki er ov býarkent. Eg vil heldur ikki kalla tað bygdasligt – men umráðan-di er at hon ikki gerst eins og Havnin og fær eitt image at verða ein býur fyri aka-demikarar.

- Bara tú fert til handils sært tú at her er meira byg-dasligt.

- Nú má eg undirstri-ka at vit høvdu tað gott í Havn, men sum sagt tiltalar Klaksvík okkum meira. Og eg haldi eisini at fólk í dag – serliga barnafamiljur hyg-gja eftir kostnaðarstøðinum og tað eiga klaksvíkingar at hava eitt vaki eygað við tí har klárar Havnin ikki at kappast.

Tað sum telur allarmest er at vit sum familja trívast og har kenna vit at tað grør kring okkum í løtuni.

Ragnar Ludvig bleiv settur

sum skeiðslærari á Sjónám men í summar setti fyrr-verandi leiðarin á Sjónám fram ynski um at sleppa úr leiðarastarvinum og so var Ragnar Ludvig settur sum ”konstitueraður” leiðari til avgjørt verður um søkjast skal eftir nýggjum leiðara.

Ragnar sigur at stovnurin hevur tað gott tí skeiðini eru sera viðurkend millum føroyingar, men arbeiði er at halda fram við at viðlíka-halda og menna stovnin og starta nýggj og viðkomandi skeið. Tað starvast tíggju fólk á Sjónám og stovnurin eigur nakrar sera dugna-ligar undirvísarar sum hava drúgvar royndir.

Page 24: Nordlysid nr 35 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Heyst:Sjúrður Joensen Steinberg hevur í ár staðið fyri at salta skinn á Viða-reiði. Hann hevur fyri tað mesta verið einsamallur, men hevur eisini fingið góða hjálp frá vinmonnum. Fyri hvørt skinn fær Sjúrður 10 krónur; so tað loysir seg hjá einum unglinga.

Viðingar hava verið feg-nir fyri hesa tænastu, nú heystið hevur verið fyri. Sjúrður J. Steinberg he-vur hildið til eysturi í Eiðsvík, har ruskplássið hjá viðingum eisini er.

Tað er gott, at ullin, sum fyrr var Føroya Gull, fær eina góða viðferð, og endar í einari góðari vøru í staðin fyri í einum brenniovni.

Tá ið bingjan er á tremur við skinnum, verður hon send av Viðareiði til nærri viðgerð aðrastaðni. Tað eru longu fleiri bingjur farnar av plássinum. – Tað er ein-

ki at ivast í, at tilfar er til nógvar troyggur og hosur.

Sjúrður sigur eisini, at tey allarflestu skinnini eru ko-min av Viðareiði. Tað eru nøkur heilt fá skinn, sum eru aðrastaðni frá. Hetta ber vitnisburð um, at tað verður nógv flett á Viðoyn-

ni.Nú vit skriva 17. okto-

ber, væntar Sjúrður at tað ikki koma nógv skinn aft-urat. Hann væntar, at hann nú saltar tey allarseinastu skinnini.

Danial Viðoy

S JÚRÐUR HE V URSALTAÐ GÓÐ1500 SE YÐASKINN

Sjúrður hagreiður eittav mongum skinnum

Bingjan er um at verða full og klár at sendast av Viðareiði til víðari hagreiðing

Sjúrður gleðir seg sum vera mann til avkastið, tá ið alt er avroknað

Ísak V. Staksá hevur verið hollur stuðul hjá Sjúrði, um-framt aðrir av vinmonnum Sjúrðs