nordlysid nr 20 2014

16
- lokala røddin síðani 1915 NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 POLITISKU UMBOÐINI ÚR NORÐOYGGJUM MEGNAÐ IKKI AT ÚTVEGA NEYÐUGAN PENING TIL KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS Hugaligt at lesa, at landsstýrismaðurin arbeiðir fyri meira peningi so, at Klaksvíkar Sjúkrahús kann renoverast og ikki bert ein deild, sigur Jákup Petersen, yvirlækni, sum er farin at ivast í um sjúkrahúsið eigur nakran góðan í politisku skipanini. BØRN Í BLÁKOLLUNI HUGNA SÆR 12. UMFAR: HVØNN VEG FER KÍ NÚ?

Upload: nordlysid

Post on 31-Mar-2016

267 views

Category:

Documents


5 download

DESCRIPTION

Nordlysid nr 20 2014 Norðlýsið blað nr. 20 Fríggjadagin 6. juni 2014.

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 20 2014

- lokala røddin sí ðani 1915

NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

POLITISKU UMBOÐINI ÚR NORÐOYGGJUMMEGN AÐ IK K I AT ÚT V EG A NE Y ÐUG A N PENING TIL K L A KSV ÍK A R S JÚK R A HÚS

Hugaligt at lesa, at landsstýrismaðurin arbeiðir fyri meira peningi so, at Klaksvíkar Sjúkrahúskann renoverast og ikki bert ein deild, sigur Jákup Petersen, yvirlækni, sum er farin at ivast íum sjúkrahúsið eigur nakran góðan í politisku skipanini.

B Ø RN Í BL Á KOLLUNIHUGN A SÆR

12. UMFA R: H VØ NN V EGFER K Í NÚ?

Page 2: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 20142

L E I Ð A R I N

Forlagið FANNIR he-vur sett sær fyri at pren-ta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skri-vaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Fyrsti leikurin í røðini var ”GUNNAR HAVRE-KI”, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.

Nú kemur so tíggjunda leikritið, ”HIN POLITISKI KANNUSTOYPARI”, sum Ludvig Holberg skrivaði í 1722. Rikard Long týddi leikin, sum kom út á før-oyskum í 1922.

Leikurin er í fimm pør-

tum. Í stuttum snýr hann seg um ein kannustoypara, sum fer upp í politikk og vanrøkir arbeiði sítt. Fólk billa honum inn, at hann er valdur til borgmeistara í býnum, og tá gerst ho-num greitt, at hetta hevur við sær, at hann nú hevur ábyrgd og má taka tungar avgerðir.

Sjáldan man ein leikur hava havt meira at siga før-oyingum enn júst í dag.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson snið-gav forsíðu. William Hei-nesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 10 er 136 s.

ÁSMUNDUR FEKK EIT T SER A STÓRT SÍL

Beint norðanfyri Akureyri við eitt lítið pláss, ið kal-last Gásir, hava vit fiska tveir teir seinastu dagarnar. Nógvar bleikjur og fleiri góð síl eru komin upp á land. Veðrið hevur ikki ve-rið so gott ídag (mikudag), sum hinar dagarnar.

Sum sagt fekk Ásmundur

eitt sera stórt síl, tað var 80 sentimetrar langt og 46 sentimetrar um miðjuna og vigaði 6 kilo, ella 12 pund.

Í kvøld (mikukvøld) hava vit rigga okkum til til he-imtúrin. Vit hava keypt nakað av lomviga og ein ís-lendingur skal eisini roykja okkum sílini.

Í morgin (hósdag) verður heimreisudagur, vit fara at rudda av her vit hava búð nú í 8 dagar, og um mið-dagsleitið fara vit at koy-ra ímóti Seyðisfjørðinum. Koyringin fer at taka ok-kum um fýra tímar.

Menn eru samdir um, at túrurin hevur verið

”kanón” góður.

TÍGGJUNDA LEIKRITIÐ

Føroyskir sí laf iskarar á íslandsferð

Les meira og sí fleiri myndir á nordlysid.fo

Í Tjóðveldi eru 57% av veljarunum og í Javnaðarflokki-num siga 52% seg ikki taka undir við eini uppboðsølu av Føroyskum fiskiloyvum, hóast flokksleiðslurnar hjá he-sum báðum flokkum halda fast um eina skipan har tann sum hevur atgongd til flestu pengarnar skal kunna ognað sær føroysku fiskiloyvini. Bert 32% av fólkinum sum býr uttan fyri høvuðsstaðin er fyri eini skipan við uppboðs-sølu.

Hóast áhaldandi kapanju sjournalistikk fyrst og fremst frá tíðindsdeildini hjá KVF sum óteljandi ferðir hevur havt somu politisku aktørar og frøðingar í studio í be-stu senditíð og tala fyri tilfeingisgjøldum og ikki minst einari sokallari “fríðari” uppboðsølu av føroyskum fi-skiloyvum, ein skipan sum einki annað land í heiminum hevur, so vísir nýggjasta veljara kanningin at einans 32% av fólkinum, sum býr uttan fyri Tórshavnar økið taka un-dir við at selja fiskiloyvir til tann sum kann rinda mest pengar.

Hóast høvuðsstaðar pressan seinastu árini hevur sett sær fyri at lýsa allar vansar við verðandi skipan og hálova uppboðsølu av fiskiloyvum, so vísir nýggjasta kanningin sum LÓÐIR hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólka-tingið at sjálvt í høvuðsstaðnum er undirtøkan ikki meira enn 48%. Tá skal havast í huga at í yvirlitið frá VØRN sæst at vinnulívið í høvuðsstaðnum rindar 0 kr. í tilfe-ingisgjaldi.

Taka vit so veljarar býttar á politisku flokkarnar er ei-nans meiriluti í Framsókn fyri at selja føroysk fiskiloyvi á uppboðsølu, og tað passar eisini til veljara kjarnuna hjá Framsókn sum serliga er í høvuðsstaðarøkinum.

Í Tjóðveldi er undirtøkan bert 43% fyri eini uppboð-sølu hetta hóast leiðslan í flokkinum úteftir hevur staðið sum ein maður um eina skipan við uppboðssølu av fiski-loyvum.

Sama søga er í Javnaðarflokkinum har leiðslan hevur tala fyri at selja alt fiskiríkidømi á uppboðsølu men álíka-væl eru 52% av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum ikki fyri.

Í Sambandsflokkinum eru einans 33% fyri uppboðsølu og í Fólkaflokkinum eru 73% av veljarunum sum ikki taka undir við eini uppboðsølu.

Í Miðflokkinum er undirtøkan einans 44% og í Sjálv-stýrisflokkinum er undirtøkan bert 29% sambært kan-ningini hjá LÓÐIR.

Hvørki fjølmiðlanevnd ella løgtinsins umboðsmaður tora at tala at starvsetanum ella tíðindaflutninginum í KVF, tað er sjón fyri søgn, og við at gera Føroyar til eitt valdømi hevur demokratiið í Føroyum fingið eitt ál-varsamt skot fyri bógvin tí einans tey mál sum flokksle-iðslurnar suðuri í Havn seta á dagskrá koma til viðgerar og samstundis minkar áhugin fyri politisku skipanini millum mannað og spurningurin er um politisku lokal-feløgini, sum fyrr stríddust fyri politiskum málum og at ávirka politisku skipanina ikki í dag eru redusera til bringuprýði hjá flokksleiðslunum suðuri í Havn og einans hanga plakatir upp tá valstríð er.

Norðlýsið sum komandi ár fyllir 100 ár er samt við stóra meirilutanum av føroyingum sum ikki tekur undir við at fiskiloyvir verða seld til hægstbjóðandi – men synd at siga at hugsanin hjá føroyingum hevur nakra ávirkan á høvuðstaðarpressuna.

”Til Læserne. Det har længe været følt som et Savn, at vi ikke uden for Thorshavn havde et Blad, som kunde være Talsmand for vore særlige Bygdeinteresser.Der er selvfølgelig mange som vil fremkomme med den Indven-ding, at vore smaa Forhold staar hindrende over for en saadan Plans Udførelse. Men under smaa Forhold er man ogsaa nødt at arbejde med smaa Midler, hvilket ogsaa her er Tilfældet….”

Hetta vóru so orðini, sum Símun P. Zachariassen skri-vaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16. apríl 1915 og vit, sum ídag arbeiða á blaðnum, hal-da framhaldandi at tað er brúk fyri einum lokalblað í Norðoyggjum, og undirtøkan higani prógvar eisini, at Norðoyingar flestir halda tað sama, og tað er gott at vit út frá nýggjastu kanningini kunnu staðfesta at vit eiga meira kjølfesti í fólkahugsanini enn stóru miðlarnir í Havn.

JWJ

Fólki tekur ikki undir við at selja føroysk fiskiloyvir á uppboðsølu

Page 3: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 3

Tað hendir dag og dag-liga nógv í Keypmanna-havn. Tær nýtist ikki at ganga hendur í lumma. Gerst tú tað, so er hug-flogið sera avmarkað. Farna leygardag, tá ið Norðoyastevnan eisini var í hæddini, hendi sera nógv á Oyrasunds-skollegiinum. Norðlýsið hevur savnað teir bestu bitarnir frá degnum.

Føroyskt útisetalív: Leygardagin skipaði Sam-vinna (felag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Bu-siness School) fyri einum sera forvitnisligum og eitt

sindur tvímentanarligum tiltaki á Oyrasundskollegii-num.

Fótbóltur og danskar pylsur skutu dagin í gongdÁðrenn pylsurnar sluppu á grillina, var fótbóltur á skránni. Triðja liðið hjá ÍF-Føroyum tapti hendan morgunin tíanverri 3-1 á heimavølli. Men seinni upp á dagin, tá ið pylsurnar vóru komnar á grillina, vann fyrsta liðið hjá ÍF-Føroy-um ein góðan 2-1 sigur. Ein norðoyingur er ikki vanur at vinna á Norðoyastevnu, so hetta var næstan eitt skot fyri bógvin. Men eitt gott skot.

Síðani sluppu pylsurnar og annað gott á grillina. Spurnarkapping var af-turvið matinum og tá ið hesir tveir tímarnir vórðu gingnir, var klokkan fýra. Klokkan fýra danska tíð, er tað sama sum trý føroyska tíð. Tað er leygardagur á Norðoyastevnu og tað ber í sær, at kappróðrarárið varð skotið í gongd.

Kappróður og føroyskar ølÁ barrini á kollegiinum varð skipað so fyri, at kappróðurin varð vístur á stórskíggja. Umframt stórskíggjan, varð skrúvað for frá, so tað rungaði frá eyðkendu røddini hjá Suna

Merkistein. Nú var tað næ-stan sum at standa á keiini í Klaksvík.

Tað, ið kanska setti prik-kin yvir i’i var tað, at hen-dan dagin serveraði barrrin á Oyrasundsskollegiinum føroyskar øl. Sum skilst, hevði barrin skaffað sjey føroyskar kassar frá Einari Waag. Eg skal lova tykkum fyri, at allir sjey kassarnir vórðu seldir innan lítla løtu; sum heitt breyð.

Fyri norðoyingar, sum vóru við til hetta tiltakið, frøddi tað, at báðar man-ningarnar hjá fimmman-naførum við dreingjum og gentum vunnu. Tíggjuman-nafarsróðurin kundi gag-nast norðoyingunum betri,

men tíansbetur vóru nakrir argjafrensar til staðar, at fe-ira tann róðurin.

Turr grund, turrur fis-kur, spik og køld epli tóku samanum daginOnkur føroyingur átti før-oyskan mat. Til ein slíkan dag og ein dag, ið bar brá av føroyskum stevnulagi, mát-ti rættiligur føroyskur ma-tur á borði. Dagurin byrjaði

so statt við føroyskum fót-bólti og donskum pylsum, bulurin á degnum beyð kappróður og føroyskar øl, og endin ella rondin tók samanum við føroyskum stevnumati. – Takk fyri eina góða Norðoyastev-nu, hóast mann ikki var til staðar.

Danial Viðoy

EIN GÓÐ NORÐOYASTE V N A Í K E Y PM A NN A H AV N

Page 4: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 20144

- Sum eg fyrr havi ført fram so er innrættingin á tí deildini sum nú skal renoverast gjørd eftir tek-ningum sum vóru galdandi fyri sjúkrahús fyri einum 40 – 50 árum síðani. Tron-gar seingjarstovur, smælar gongir og út av lagi vánalig saniter viðurskifti, serliga fyri rørslutarnað.

- Fyri mín part so góðtók eg hesa loysn tí eg met-ti, at vit við at minka um seingjartalið skuldi fingið eina deild sum varð so hampiliga hóskandi til teir sjúklingar vit hava.

- Nú skal so skavast av hesi loysn og onki er avsett til tól á deildini. Hetta vil so siga enn verri umstøður og vit noyðast at taka inn aftur niðurslitin og ótíðar-hóskandi tól á renoveraðu deildina.

- Eg havi torført at skilja, at stovnar í Føroyum uttan stórvegis trupulleikar fáa tað játtan sum neyðug er til nýbyggjan ella umbyg-ging. Men at tað skal verða so torført at fáa eina so-vorna játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús.

POLITISKU UMBOÐINI ÚR NORÐOYGGJUMMEGNAÐ IKKI AT ÚT VEGA NE YÐUGAN PENING TIL KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS

Hugaligt at lesa, at landsstýrismaðurin arbeiðir fyri meira peningi so, at Klaksvíkar Sjúkrahúskann renoverast og ikki bert ein deild, sigur Jákup Petersen, yvirlækni, sum er farin at ivast íum sjúkrahúsið eigur nakran góðan í politisku skipanini.

Page 5: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 5

Karsten Hansen, lands-stýrismaður í Heil-sumálum sigur at sam-band hevur verið millum byggiharran og arbeiðst-akaran og man hevur funnið fram til nakrar tillagingar soleiðis at ar-beiði at umbyggja ovastu hæddina á sjúkrahúsinum ferð í gongd so skjótt sum arbeiði at skifta tekjuna er liðugt.

Landstýrismaðurin hevur ikki hug til at viðmerkja tað ósemju sum hevur ve-rið umrødd í Norðlýsinum í samband við ætlaðu um-byggingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

- Vit mugu fyrihalda ok-kum til veruleikan og ikki

lata persónlig ynskir leg-gja bein fyri, at vit nú seta gong á ein umbygging og dagføring av arbeiðsum-støðunum og viðurskift-unum sum heild á klaks-víkar Sjúkrahúsið.

- Landsverk og Búsetur eru komin til eina loysn, sum meirilutin í byggi-nevndini metir vera ski-lagóða, so at peningurin strekkir til og tá arbeiði er liðugt í heyst kunnu vit taka eina nýggja deild í brúk á sjúkrahúsinum og tað haldi eg at øll kunnu fegnast um. Hetta er bara byrjanin til at halda fram við arbeiðinum at dagføra sjúkrahúsið og tað verður ein politisk avgerð hvussu vit finna pening til at hal-

da fram.

- Játtanin frá løgtinginum gongur út á nýggjárinum, og eg havi sæð tað sum sera týdningarmikið at fáa hetta arbeiði gjørt, so vit kunnu koma víðari og at tað ikki er full semja um hetta í bygginevndini, er harmiligt.

- Men so skjótt arbeiði er liðugt ferð bygginevndin at koma við eini ætlan um hvussu vit fara víðari fram og so verður tað okkara uppgáva at finna neyðuga peningin, sigur Karsten Hansen.

Umbyggingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fer í gongd sum ætlað

Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahú-si, fer ómetaliga langt viðsíðuna av, tá hann í Norðlýsinum verður en-durgivin fyri at siga, at Landsverk og arkitektar hava brúkt “útvið 5 av tei-mum 15 mió., sum ætlaðar vóru at renovera sjúkrahú-sið við”.

Sum stjóri á Landsver-ki harmar tað meg, at ein leiðandi persónur á sjúkrahúsinum fer út við

slíkum ósannindum, sum eru ómetaliga langt av leið.

Veruleikin er tann, at Landsverk hevur nýtt stívar 300.000 krónur til innanhýsis ráðgeving og leiðslu, meðan umleið 1,0 mió. krónur eru far-nar til programmering og prosjektering, sum Arkitektar 99, PB Con-sult og Jóannes Petersen hava staðið fyri. Hinve-gin eru farnar umleið 3,0

mió. krónur til handver-karaútreiðslur og harvið beinleiðis til umvælingar. Sostatt eru nýttar til-samans 4,3 mió. krónur av játtanini á 15,0 mió. krónur.

Í sambandi við bygging sum heild er tann tum-milfingraregla galdandi, at tað altíð fara umleið 10 prosent til projekte-ring og byggistýring. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er hendan upphæddin umle-ið 1,3 mió. krónur, ið sva-rar til 8,7 prosent. Tað vil siga minni enn tað, sum vanligt er. Sostatt skuldi hendan misskiljingin, ið yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi borðreiðir við, verið fingin av vegnum.

VinarligaEwal Kjølbrostjóri á Landsverki

Yvirlækni borðreiðir við ósannindum

POLITISKU UMBOÐINI ÚR NORÐOYGGJUMMEGNAÐ IKKI AT ÚT VEGA NE YÐUGAN PENING TIL KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS

- Aðrir stovnar fáa upp til milliardaupphædd til umbygging og nýbyg-gjan meðan Klaksvíkar Sjúkrahús sum bert skal hava einar 45 mió fyri, at fáa arbeiðið gjørt fær bert netto 10 mió. og so fáa vit at síggja um “politiska ski-panin” vil játta nakað til restina.

- Eg veit ikki hvat poli-tikarar úr Norðuroyggjum fáast við í Havn. Tað sær út sum um tað ikki er nakar

trupulleikar hjá Norðoya politikarum at játta milli-ardaupphæddir til verkæt-lanir í Havn og koma løg-num umberingum tá nakað skal játtast til Klaksvíkar Sjúkrahús.

- Enn sum áður er tað mín grundleggjandi hugs-an, at vit bera tað sum eftir er av teimum 15 mió. aftur til landskassan, gerða eina realistiska metan hvat tað kostar at renovera sjúkrahú-sið og fáa játtað neyðuga

peningin. Stigvísa renoveringin

fer at taka so nógva tíð og gerða so nógv órógv á sjúkrahúsinum, at tað er yvasamt um tað yvirlivir, sigur Jákup Petersen.

Page 6: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 20146

Gamlir Fóstbræður úr Íslandi koma á Føroyavitjan komandi vikuskiftið og hava konsertir í Vestur-kirkjuni leygdag 7. juni kl. 17.00. Sunnudagin 8. juni hava teir konsert í Skúla-num við Ósanna í Klaksvík kl. 15.30.

Fóstbræður, sum hava gal-mar røtur, er eitt av tei-mum bestu manskórunum í Íslandi, og eru Gamlir Fós-bræður er ein sálvstøðugur partur av hesum kóri.

Á skránni vera íslendskir og norðurlendskir sangir m.a. nakrir av teimum best dámdu íslendsku kórsangu-num.

Ein av kendastu klaverlei-karum í Íslandi, Jónas Ingi-mundarson, spælir á klaver til nakrar av sangunum.

Tenorurin Þorgeir J. An-drésson, sum hevur sungið við íslendsku opruni, er solistur á Føroyaferðini hjá Gamlir Fóstbræður.

Sangstjóri hjá er Árni Harðarson, sum eisini er komponistur og er stjóri á Tónlistaskúla Kópavogs, har m.o. Jóannes Andreasen hevur gingið. Árni Harðar-son er eisini sangstjóri hjá Karlakórinum Fóstbræður, sum hevur vitjað í Klaksvík fyrr og annars ferðast víða um í heimi.

Vit kunnu vænta okkum eina av teimum heilt góðu konsertunum komandi vikuskiftið í Vesturkirkju-ni leygdagin 7. juni klok-kan 17.00, har Tórshavnar Manskór eisini syngur við – og sunnudagin 8. juni kl. 15.30 í Skúlanum við Ósan-na í Klaksvík, har eisini 17 Sangarar synga við.

Konsertin í Skúlanum við Ósánna er ókeypis

GAMLIR FÓSTBRÆÐURÁ VITJAN Í FØ ROYUMVit kunnu vænta okkum eina av teimum heilt góðu konsertunum komandi vikuskiftið í Vesturkirkjuni og í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík.

Page 7: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 7

KÍ spælir sera avgerandi dyst móti ÍF mána-dagin. Vinnur KÍ dystin, so fylgir liðið við teimum liðunum, sum stríðast um 3. plássið. Men eitt tap viðførir, at KÍ fyribils endar í botnstríðnum.

Jákup Ósá

KÍ hevur havt tað trupult í landskappingini seinastu tíðina. Á Norðoyastevnu móti Víkingi eydnaðist tað heldur ikki at vinna, tá Víkingur vann 4-2. So-statt hevur KÍ ikki vunnið síðani 21. apríl móti Skála í Klaksvík. Hinvegin hevur ÍF ikki vunnið síðani 17. apríl í 3-0 sigri móti EB/Streymi í Fuglafirði.

B68-NSÍGrannauppgerð á Svan-gaskarði í dysti, har bæði liðini hata at tapa júst hesa uppgerðina. B68 hevur hampulig úrslit á heimav-ølli í ár, men tað vísir seg, at tá tey bestu vitja (B36 og HB), so gongur verri, tí tey hava bæði skorað 4 mál og vunnið trygt á Svan-gaskarði. Hesaferð vitjar nummar trý, NSÍ, sum ty-kist sera væl fyri í løtuni.

13 mál í tveimum dystum sigur, at vit hava eitt lið, sum í álopspartinum er sera væl fyri í løtuni. Har hava Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg, Andy Ó. Olsen og Jann Martin Mortensen víst stórspæl. NSÍ hevur fult stigatal móti botn 3 liðunum í ár og tað vænta vit teir framhaldandi gera. Tipping: 2

AB-VíkingurAB fekk púra óvæntað javnleik í Gundadali móti oddaliðnum seinast eftir at hava tapt 7-0 móti NSÍ frammanundan. AB er ikki til at rokna út í ár, tí sum oftast skuffa teir, men tá fólk rokna minst við tí, so sláa teir til. Víkingur he-vur havt eina góða gongd seinastu tíðina við undan-taki av tapinum móti B36 á heimavølli. AB hevur tó gott tak á Víkingi seinasta árið og seinastu 4 dystirnir

millum liðini eru endaðir við trimum sigrum til AB. Tí kann AB gott vinna dy-stin, men AB avrikini eru samstundis so ótstøðug, at vit ikki tora at tippa, at teir avrika stig móti sterkum liði tvey vikuskiftir á rað. Tipping: 2

Skála-B36Skála fekk bank seinast, men á heimavølli hava skálamenn bara tapt móti NSÍ í ár. B36 fekk eitt lítið bakkast seinast, tá tað ikki eydnaðist at vinna á hei-mavølli móti botnliðnum AB. Í fyrra dystinum mil-lum liðini vann B36 tryg-gan 2-0 sigur. Hesaferð kann hugsast, at heimaliðið fer at geva mótstøðu, men styrkismunurin á liðunum er helst ov stórur til, at vit síggja B36 missa stig. Skála skal prógva, at teir kunnu fáa stig móti teimum bestu, men tryggasta valið er ein

B36 sigur. Tipping: 2

HB-EB/StreymurHB vísir støðug avrik í ár. Seinast spældu teir javnt í Fuglafirði og tað gera teir neyvan aftur hesaferð. EB/Streymur vann á heimav-ølli móti B68, men EB/Streymur hevur í ár ikki víst seg at kunna gera nakað nevnivert við tey bestu liði-ni burtursæð frá 1. umfari-num á heimavølli móti júst HB í keðiligum líkindum. HB er greiður favorittur at vinna hendan dystin á hei-mavølli. Tipping: 1

KÍ-ÍFTvey av liðunum í deildini, sum í løtuni hava tað trup-last. KÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst í 5 dy-stum, meðan ÍF ikki hevur vunnið landskappingardyst í 6 dystum. KÍ gav Víkingi mótstøðu á Norðoyastevnu, men ein hevði alla tíðina

kensluna av, at Víkingur hevði tað eyka, ið skuldi til fyri at vinna. ÍF var effek-tivt móti HB, men avrikið var eisini gott, tí leikarar-nir stríddust manniliga fyri stiginum, sum teir fingu. ÍF hevur tað vanliga trupult í Klaksvík og við heimavøl-linum er KÍ kanska lítil fa-vorittur. Men tað lættasta er at fara eftir javnleikinum, sum leingir pínuna hjá báðum liðunum eftir einum sigri. Tipping: X

12. UMFAR: HVØ NN VEG FER KÍ NÚ?

Page 8: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 20148

Page 9: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 9

Norðlýsið fekk hesa fittu heilsu og mynd frá børnunum í Blákolluni í Klaksvík :)

Hey !Tað er lív og gleðis da-gar í barnagørðunum nú sólin skínur. Í dag hava fleiri barnagarðar funnið grilluna framm, og her í Blákolluni hava vit hugna okkum úti í garðinum í allan dag, har vit m.a. hava grillað pylsur og breyð og nú eru vit í fer við at grilla ’’klapp-kakur’’ uhmmm lekkurt.

Vinarliga Blákollan

SUMMARHUGNI Í BL ÁKOLLUNI

Page 10: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 201410

Avgerðin um samanleg-gingina av fólkaskúlunum í Klaksvík er eitt stórt stig rætta vegin, men tað er nú, at veruliga arbeiðið at leg-gja skúlarnar saman byrjar.

BýráðssamtyktinTað eru ongantíð øll, ið hava somu meining, og virðing má havast fyri hesum. Tó mugu vit standa saman um býráðssamtyktina 24. apríl fyri einum felags fólka-skúla, har øll børn í Klaks-vík fáa sama skúlatilboð við fleiri valmøguleikum uttan mun til, um ein býr á Kósini ella á Bumshamri.

Eitt drúgt arbeiði lig-gur aftanfyri einum mei-rilutatilmæli, har um-leið 150 fólk: Lærarar, leiðsla, skúlastýrir, forel-dur, næmingar, umboð fyri dagstovnar, frítíðarskúlar og miðnám eru komin til orðanna. Sostatt er talan um eitt væl gjøgnumhug-sað álit, umboðandi bæði skúlan á Ziskatrøð og skúlan við Ósánna, um

at leggja fólkaskúlarnar saman til ein skúla ski-paðan í fýra deildir: grund-deild, miðdeild, fram-haldsdeild og valskúla, har varaskúlastjóri verður set-tur fyri hvørja deild og við einum felags skúlastjóra.

Virðing fyri demokratiskari avgerð Summi hava ilt við at góðt-aka støðuna. Ístaðin fyri at arbeiða fram ímóti ei-num felags máli, verður fokus flutt til at verja borg og halda fast við sítt egna, sum tað var. Tað er sera harmiligt, at fokus verður flutt frá einum komandi skúla til eisini at skjóta persónliga eftir mótparti-num. Hetta førir als ikki til nakað gott samstarv og er ikki við til at lyfta skúlan í felag. Samstarv er meir enn orð, men sjálvandi kann ein vænta, at hetta tekur tíð hjá teimum, ið hava verið í minniluta í hesum máli. Komandi skúlaskipan he-vur eina broytingartilgongd

við sær, ið ikki kemur ef-tir einum degi. Hugsanin um ein samanlagdan skúla krevur búningartíð, ið vit mugu hava virðing fyri. Somuleiðis má minniluta-parturin í hesum máli eisini hava virðing fyri ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi skúlanum.

Persónliga havi eg stóra virðing fyri skipanini um ein felags fólkaskúla í Klaksvík. Avgerðargrun-darlagið hjá lokalpolitik-karunum var áðurnevnda tilmælið, har 150 fólk, ið varða av skúlunum, vórðu eftirspurd. Sostatt er av-gerðin tikin út frá einum breiðum grundarlagi, ið skúlafólk nú mugu standa saman um fyri at røkka visjónini um ein fakliga sterkan skúla, har trivnaður og menning verða sett í hásæti. Fleiri lærarakreftir við ymiskari servitan gevur betri møguleika at hækka støðið og trivnaðin í fólka-skúlanum, um rætt verður atborið.

OgnarkenslanFyri at røkka visjónini um ein góðan skúla, er tað av týdningi, at lærarar, næ-mingar, foreldur og leiðsla fáa ognarkenslu í nýggja skúlanum. Góð kunning og gott samskifti saman við einum nágreiniligum og miðvísum arbeiði kann gera, at allir partar fáa mø-guleikan at ávirka og leggja størri orku í at náa sama máli um ein góðan skúla. At politikkarar taka hædd fyri tørvum og ynskjum hjá fólkum, ið hava við skúlan at gera, og raðfesta skúlan høgt fíggjarliga spælir stóran leiklut fyri, hvus-su karmarnir fyri nýggja skúlanum verða. Somule-iðis hevur Mentamálaráðið stóra ábyrgd av eini nøk-tandi skipan av størsta fól-kaskúlanum í landinum, tað veri seg m.a. játtan av leiðslutímum og undirví-singartímum. Um góðir karmar verða skaptir fyri skúlanum er síðan upp til

starvsfólk, næmingar og foreldur at skapa innihal-dið fyri einum vælvirkan-di skúla. Um vit standa saman, og hvør ger sítt be-sta, kunnu vit fáa ein av be-stu skúlum í landinum við fjøltáttaðum vallærugrei-num við breiðum hópi av lærarum við servitan innan ymsar lærugreinar. Ein nav-na- og búmerkjakapping av nýggja samanlagda skúla-num, har øll í kommununi kunnu luttaka, er eisini við til at skapa ognarkenslu í framtíðar skúlanum. Hetta verður “okkara” skúli, ið vit gerast góð við.

AvbjóðinginAt leiða ein stóran skúla hevur sjálvsagt stóra av-bjóðing við sær. Men av-bjóðingin liggur ikki bert hjá leiðsluni, men eisini hjá tí einstaka læraranum, næ-minginum, foreldrunum og øðrum, ið varða av skúla-num. Ein stór avbjóðing við framtíðar skúlaskipan verður júst hugburðurin til

samanlagda skúlan. Um vit vilja okkara børnum tað be-sta, mugu vit eisini hyggja eftir, hvat hvør einstakur kann gera fyri at náa hesum máli í framtíðar skúlahøpi. At kjakast ímóti núverandi samtykt setur meinbogar fyri framburði í nýggju skipanini. Tískil eru ábyr-gd, opinleiki og samstarv lyklaorð fyri skúlafram-burði í Klaksvík.

Fyri at fáa eitt kveikjandi og mennandi skúlaumhvør-vi, ið ger okkara børn betri før fyri at møta framtíðar avbjóðingum og alheims-gering, mugu politikkarar, lærarar og onnur starvs-fólk á skúlanum saman við foreldrum og næmingum í felag standa við ábyrgdini um at lyfta skúlan til ein vælvirkandi og mennandi skúla.

Mildrid á LógvForkvinna í skúlastýrinum á Ziskatrøð

SKÚL ASAMANLEGGING:Á H VØ NN H ÁT T LY F TA V IT Í FEL AG?

Page 11: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 11

Jústa-ættin og aðrar Viðareiðis-søgur sum Líggjas í Bø hevur skrivað, kemur nú út.

Í sambandi við útgávuna skipar Viðareiðis kommu-na fyri samkomu í Viðare-iðis skúla 2. hvítusunnudag klokkan 16 at hátíðarhalda hendingina við røðum og upplestri.

Skrá:1. Umboð fyri Viðareiðis kommunu setur fundin

2. Dánjal Lydersen heldur røðu um bókina3. Líggjas í Bø hugleiðir um gamla og nýggja fólka-mentan4. Fyrsta eintakið av bókini verður handað bygdaráðs-formanninum

Kaffi og okkurt søtt verður at fáa

Øll eru hjartaliga væl ko-min!

Høvið verður at ogna sær bókina á staðnum.

Mikal Kyrjarheyg – vanliga nevdur Kál er borin í heim á Viðareiði fyri sløkum 91 árum síðani. Hóast hann he-vur búð í Klakksvík megin-partin av ævi síni, er hann tó Viðingur við stórum V! Tá ið hann flutti, hevði hann bygdina við sær í huganum, og har hevur hon livað sítt fríska lív til hendan dag.

Á Viðareiði vaks hann upp, og har mentist hann til bjargamann og veiði-mann, og luttók í øllum tí fjølbroytta lívi, sum har var. Síni bestu ár var hann á sjónum, og seinnu árini arbeiddi hann uppi á landi, m.a. sum grótmaður.

Hann er tiltikin sum ein av bestu bjargamonnum, sum viðingar hava átt. Høv-dið hevur hann gott, og eitt framúr minni; tað, saman við stórum kærleika til og áhuga fyri heimbygdini, ger, at hann ivaleyst er tann, sum veit mest um Viðareiði í dag.

Kál er eisini fjølbroyttur listamaður: hann skrivar, yrkir og teknar. Okkurt er

komið út ímillum fólk av og á. Men Kál er lítillátin og hevur ikki viljað givið nakað út í bók.

Hann hevur verið høvuðs heimildarmaður hjá Líggja-si til bókina um Jústa-ætti-na. Og var eingin Kál, so var helst eingin bók komin.

Tá ið bókin var um at vera liðug, spurdi Líggjas Kál um loyvi, at seta nakað av tí, sum Kál hevur skri-vað og nakrar av hansara frálíku yrkingum í bókina. Og hann játtaði.

Kál eigur tann aftasta partin av bókini, og tað er gleðiligt, at avrik hansara á henda hátt kunnu gerast betri kend úti millum fólk.

JÚSTA-Æ T TINOG A ÐR A R V IÐA REIÐISS ØGUR

Nýggj bók :

K ÁL OG “JÚSTA-ÆT TIN”

“Nú fekk eg ikki stundir til mentanina, hon spríkir úr hvørjari sprekku her norðuri á øllum mótum, og ein sum veruliga hevur spaðað til á hesum økinum, og sum hevur givið ikki-etniskum norðingum eina lýsing av tí vanliga lívinum her norðuri, umvegis stórar ori-ginalar sum Mallus og Óla Jákup Express, er maðurin,

ið á sinni yrkti um hesar menninar, sum elska mold. Líggjas í Bø.

Aftur nú aktuellur við Jústa-ættini og øðrum Viða-reiðissøgum. Maðurin er tikin úr leikum sum skriben-tur, og takk fái Líggjas, at hann leggur hetta fram so snøggliga, annars var hetta, sum so mangt annað, farið

inn í frumtokuni og haðani sást tað ongantíð aftur. Hetta er gerandisdagurin, dagurin hjá tí vanliga

manninum, eitt søguligt klípi, eitt søguligt sjónarhorn, sum fær okkum at skilja samfelagið undan okkum mi-kið meira enn annars.”

Tórbjørn Jacobsen segði m.a. í miðnáttarrøðu á Norðoyastevnu 31. mai 2014:

Page 12: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 201412

Navn, parlagsstøða og bústaður?Asta Hansen, støk, búgvi í Glasgow.

Hvat fekk teg av landinum?Fyrst og fremst lesnaðurin, men eisi-ni tað at eg vildi royna okkurt nýtt. Eg haldi tað vera spennandi at møta fólki við aðrari bakgrund og mentan, enn tað, eg kenni til. At fara av landi-num, í útbúgvingarørindum, hevur alt tað eg kann minnast, verið partur av míni ætlan.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Síðani eg fór í holt við mín yvir-bygnað, hevur tað mesta av degnum verið brúktur uppá skúla og skúla-ting. Annars møtist eg javnan við vin-fólki til kaffi, ein góðan døgurða ella ein túr í biograf.

Hvat gleðist tú mest um í tí dagli-ga?Tað, sum hevur mest at siga fyri meg, er at míni nærmastu hava tað gott. Ei-sini eru tað smærri ting eg gleðist um, so sum at síggja bláan himmal, sól og náttúran sum heild.

Hvussu leingi hevur tú verið útise-ti?

Hetta er mítt fimta og síðsta ár sum útiseti (á hesum sinnið).

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Eg trívist væl í Glasgow, lestrarlívið her er sera fjøltáttað, við tað at hel-mingurin av teimum lesandi eru ‘international’. Mær dámar væl býin sum heild og tað at bretar eru sera fólkaligir.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Í frítíðini, eri eg ferðaleiðari á ymis-kum túrum runt um í skotlandi. Túrar-nir eru fyri lesandi, sum eisini eru úti-setar. Eisini brúki eg tíð uppá, at fylgja við hvat rørir seg í Føroyum. Tað eru serliga politisk viðurskifti, sum hava mín áhuga.

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum modernaðum og ferðmik-lum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvussu ’slært’ tú teg leysan frá resinum?Viðhvørt er tað gott bara at vera fyri seg sjálva, lesa ella hyggja ef-tir sjónvarp. Annars haldi eg ikki, eg havi brúk fyri so nógvari tíð fyri meg sjálva, mær dámar sum heild væl, at

hava fólk rundanum meg, og at vera sosial.

Hvør er besta máltíðin, tú fært?Um eg eri í Føroyum so er besta máltíðin ræst kjøt, men her í Glasgow dámar mær væl at fara út at eta Indi-skan mat.

Leingist tú heimaftur? um ja, hví? um nei, hví?Eg vil ikki siga, at eg beinleiðis leingist heimaftur, ella tað er ikki nakað, sum eg hugsi um til dagligt. Men hinvegin so eri eg spent uppá, at flyta aftur til Føroyar seinni í ár.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Í løtuni hevur lesnaðurin stóran týd-ning fyri meg, uttan at ljóða alt ov turrislig, haldi eg næstan eg kann siga, at eg eri nøgd, tá eg havi lagt nógv arbeiði í uppgávur o.a. Tað he-vur sjálvandi eisini týdning fyri meg, at brúka tíð saman við familju og vi-num.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað

móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?Eg blandi ikki beinleiðis føroyskt og enskt, men tá eg komi heim í feriu fangi eg meg í, at siga ’sorry’ og ’plea-se’. Kanska eg, í ein vissan mun, eri ávirka av ‘the British Politeness‘.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Tað er ringt at siga, møguliga í Føroy-um, møguliga í fjarskotnum londum.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er mø-guleikin her:Mín heilsan fer til ommu og abba, sum eg eri sera góð við. Eg gleði meg til at síggja tykkum í summar. Rúni, eg gleði meg til tú kemur eftir mær á flogvøllinum um ikki so leingi.

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?Mín stuttliga vinkona Maria Brim Jo-ensen.

Myndin er tikin dagin fyri konfirmatiónina.

Myndina eigurEmma Jacobsen

Aftast frá vinstru: Meinhard Mikladal, Erling Guðjonson, Pól Poulsen, Prestur Rasmussen, Steffen Kalsø, Poul Adolf Hansen, Símun Pauli Sólbjørg, Meinhard Eliasen.

Fremst frá vinstru: Gunnhild Johansen, Elin Jóhanna Petersen, Nanny Sørensen, Assa Winther, Maria Mellemgaard, Emma Larsen Jacobsen, Jóhanna (av Húsum).

Útiset in hesaferð:”Í Føroyum er tað ræst kjøt

og her í Glasgow indiskur matur ”

Konfirmantar í Klaksvíkuml. 1934

Page 13: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 13

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Leygardagin 19. Juli giftastGurið Joensen, Porkeri og

Jákup E. Petersen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.Veitslan verður hildin í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

kl 17.00.Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum,

verða biðin um at siga frá á telduposti [email protected] ella

á tlf. nr. +45 61733810 innan 1. Juli.

Brúdleyp

Hósdagin tann 26. juni giftastMathilda Kristoffursdóttur Svøðstein, Klaksvík

og Bent Hansen, Leirvík.

Vígslan verður Klokkan 14.00 í býráðshúsinum.Tey, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við

okkum, eru hjartaliga vælkomin til opið húsí Heiðriksmørk 17, Leirvik frá 18.00.

Tey hevði glett okkum um tit komu at halda dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Leygardagin 5. juli kl. 10 giftastHeidi Isaksen, Klaksvík og Theodor Thomassen,

Miðvágur, á býráðsskrivstovuni í Tórshavn.

Frá kl. 16 er opið hús í Dungagøtu 7, Tórshavn,har øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda

dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli 2014 giftastOlivia Rasmussen og Bogi Tróndheim,

bæði úr Klaksvík, í Betesda í Klaksvík.Vígslan verður í Betesda kl. 12.00. Kl 19 verður vælkomst í Betesda, og hevði tað glett okkum

at sæð so mong sum møguligt.

Brúdleyp

80 ára føðingardagur13. Juni fyllir Hans Jacob Østerø 80 ár.

Dagurin verður hildin leygardagin 14. Juni,í Betesda frá kl. 14:00 til kl. 19:00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Leygardagin 28. juni giftast Borghild Simonsen og

Robin Ivan Einestrand Kjeld.

Vígslan verður kl 11 í Götu kirkju.Dögurði verður fyri innbodnum kl 14.

Frá kl 19 er opið hús heima hjá hjúnunum á Brattagötu 10 við Götugjógv, har öll eru hjartaliga vælkomin.

Brúdleyp

Leygardagin 14. juni giftast Oddvør Frederiksberg, Saltangará og

Justinus Jóhan Jacobsen, Hvannasund.

Vígslan verður kl.12 í Kelduni í Skálafirði,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18,fyri innbodnum.

Brúdleyp

Týsdagin 5. August giftastRó Kajsdóttir, Saltangará og

Dánial Bertholdsen, Klaksvík.

Vígslan verður kl. 11 í Betesda í Klaksvík,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Borðhaldið byrjar kl. 14 í Skálanum í Klaksvík,fyri innbodnum.

Brúdleyp

Page 14: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 201414

Elsti parturin av KSS er útbren-dur og matrielli skaðin var um-fatandi tá eldur kom í sleipistøði-na mikudagin í seinastu viku. Tó er nýggi par-turin órørdur.

Húsini, eldur var í, standa á somu grund, tey fyrstu bedingshúsini stóðu, tá ið bedingin byrjaði sítt virk-semi í 1928. Tá vóru húsini ein blikkskúrur - skipini, ið vóru tikin upp, vóru sluppir - men eisini skonnartir frá 1929/30. Eftir at fyrsti tro-larin kom til Føroyar í 1933 - tað var Skálaberg TN 40, bleiv húsið gjørt størri, tí jarnarbeiðið gjørdist nógv

meiri. Dreyðibenkur komu í hetta húsið, men eftir at ovara og norðara húsið varð bygt stutt eftir kríggið, vórðu hesir beinkir fluttur

niðan. Løgni skorsteinurin var uppi yvir essuni. Men-ninir við essuna, beint tá ið hon kom, vóru Argja-magnus og Jóhan Samnu-

elsen (okurin - hann var suðringur.

Ein gomul og slitin el-ski-pan var orsøkin til eldin er

niðurstøðan hjá hjá politi-num.

GAML A EL-INNLEGGINGIN Á KL AKSVÍK AR SLEIPISTØ Ð VAR ORS Ø K TIL ELDSBRUNAN

Page 15: Nordlysid nr 20 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 20 FRÍGGJADAGIN 6. JUNI 2014 15

GAML A EL-INNLEGGINGIN Á KL AKSVÍK AR SLEIPISTØ Ð VAR ORS Ø K TIL ELDSBRUNAN

Page 16: Nordlysid nr 20 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Burturkast frábygging og umvælingTá hús verða bygd ella umvæld, verður altíð nakað av burturkasti. Jú betur burturkastið er skilt, tess bíligari er at sleppa av við tað.

FlokkingBurturkast frá byggivinnu verður flokkað í fýra høvuðsbólkar:• Burturkast, sum skal endurvinnast• Burturkast, sum skal brennast• Burturkast, sum skal tyrvast• Serliga dálkandi og vandamikið burturkast

Serligur dentur verður lagdur á, at burturkastið er væl skilt og frágingið, soleiðis at mest møguligt kann vera endurvunnið og annars viðgjørt á rættan hátt.

Burturkast at brennaBrenniburturkast frá byggivinnu skal skiljast í tveir flokkar.

Smátt brenniburturkast so sum smáir timbur- og pláturstubbar, spønir, plastbitar, flamingo, matleivdir og tílíkt. Hetta kann í nógvum førðum beinast burtur í plastposum, sum bilarnir hjá IRF kunnu taka, tá teir heinta vinnuburturkast í økinum einaferð hvørja viku. Størri nøgdir mugu vera í bingju.

Stórt burturkast at brenna er timburstokkar og fjalar, sum eru longri enn ein metur, og plátuleivdir, sum eru meira enn ein hálvan metur hvønn vegin. Harafturat kemur timburinnbúgv, plattar og aðrir stórir timburlutir.

Stórt burturkast verður knúst hjá IRF, áðrenn tað verður brent. Blanda ikki smátt brenniburturkast upp í stórt.

Burturkast at endurvinnaNakað av tilfari frá bygging og umvæling kann endurvinnast, sum t.d. metalir, papp og plast.

Jarn og metal er t.d. takplátuleivdir, gamlar takplátur, stengur, net, rørstumpar og el-kaðalar. Gamlar takplátur kunnu vera buntaðar saman, tá tær verða heintaðar. Annars skal alt vera í bingju.

Í sambandi við niðurtøku av bygningum er umráðandi, at køli- og frystiskipanir verða handfarnar fyri seg, og elektriskar og elektroniskar skipanir fyri seg.

Papp er t.d. pappeskjur, bylgjupapp og stuðulspapp. Pappeskjur, sum eru dálkaðar av olju ella øðrum, kunnu ikki endurvinnast, men skulu brennast. Papp, sum er viðgjørt við voksi ella klætt við tunnum plastfilmi, kann ikki endurvinnast, men skal brennast. Pappið skal vera í bingju ella í trýstbyrði, tá tað verður heintað.

Glærplast, sum hevur verið brúkt til at vevja um tilfar á plattum og líknandi, verður endurvunnið. Litplast kann eisini endurvinnast. Skal vera í stórum posum, tá tað verður heintað.

Burturkast at tyrvaBurturkast, sum ikki kann brennast ella endurvinnast, verður tyrvt.

Asbest, eternit, bjálvingarleivdir, gomul bjálving, rotviðgjørdur viður, keramikklutir og leivdir av PVC-rørum verða tyrvd.

Asbest og eternit skulu vera í stórsekkjum.

Bjálving skal vera í vanligum sekkjum. Alt, sum skal tyrvast, kann fara í somu bingju, undantikið asbest og eternit.

Serliga dálkandi burturkastNakað av serliga dálkandi ella vandamiklum burturkasti kemur frá byggivinnuni. Hetta eru evnir ella lutir, sum kunnu skaða fólk, umhvørvi ella útgerð, um tey ikki vera handfarin á rættan hátt.

Serliga dálkandi ella vandamikið burturkast kann vera máling, sýra og lútur, onnur kemikaliu, láorku ljóskeldur, løðibattarí og akkumulatorar.

Umráðandi er, at flótandi evni eru í góðum og væl merktum íløtum, helst upprunaíløtum.

Serliga dálkandi burturkast verður heintað eftir avtalu.

InnsavningIRF hevur nakað av bingjum í ymsum støddum til leigu. Væl skilt tilfar skal vera í bingju. Papp, pappír og plast kann vera í pressubyrði ella í plastposa.

IRF hevur bæði vanligar flutningsbilar og serbygdar bilar við trýstbingju at heinta burturkast við. Tú kanst velja at fáa tilfarið heintað ein fastan dag hvørja viku, ella tú kanst boða frá, tá tú hevur tilfar, sum skal heintast.

Kostnaður Burturkast at endurvinna er munandi bíligari enn annað burturkast og tú fært pengar fyri jarn og metal.

Tað er sum oftast munandi bíligari at lata skilt burturkast til endurvinning enn til brenning ella tyrving. Harafturat er tað skilagott ikki at blandað stórar timburlutir upp í annað vanligt brenniburturkast. Prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá IRF, www.irf.fo.

Kunningarskriv frá IRF

Hagaleiti 520 Leirvík Tel. 414243 www.irf.fo

So

sial

urin

341

800

Burturkast frábygging og umvælingTá hús verða bygd ella umvæld, verður altíð nakað av burturkasti. Jú betur burturkastið er skilt, tess bíligari er at sleppa av við tað.

FlokkingBurturkast frá byggivinnu verður flokkað í fýra høvuðsbólkar:• Burturkast, sum skal endurvinnast• Burturkast, sum skal brennast• Burturkast, sum skal tyrvast• Serliga dálkandi og vandamikið burturkast

Serligur dentur verður lagdur á, at burturkastið er væl skilt og frágingið, soleiðis at mest møguligt kann vera endurvunnið og annars viðgjørt á rættan hátt.

Burturkast at brennaBrenniburturkast frá byggivinnu skal skiljast í tveir flokkar.

Smátt brenniburturkast so sum smáir timbur- og pláturstubbar, spønir, plastbitar, flamingo, matleivdir og tílíkt. Hetta kann í nógvum førðum beinast burtur í plastposum, sum bilarnir hjá IRF kunnu taka, tá teir heinta vinnuburturkast í økinum einaferð hvørja viku. Størri nøgdir mugu vera í bingju.

Stórt burturkast at brenna er timburstokkar og fjalar, sum eru longri enn ein metur, og plátuleivdir, sum eru meira enn ein hálvan metur hvønn vegin. Harafturat kemur timburinnbúgv, plattar og aðrir stórir timburlutir.

Stórt burturkast verður knúst hjá IRF, áðrenn tað verður brent. Blanda ikki smátt brenniburturkast upp í stórt.

Burturkast at endurvinnaNakað av tilfari frá bygging og umvæling kann endurvinnast, sum t.d. metalir, papp og plast.

Jarn og metal er t.d. takplátuleivdir, gamlar takplátur, stengur, net, rørstumpar og el-kaðalar. Gamlar takplátur kunnu vera buntaðar saman, tá tær verða heintaðar. Annars skal alt vera í bingju.

Í sambandi við niðurtøku av bygningum er umráðandi, at køli- og frystiskipanir verða handfarnar fyri seg, og elektriskar og elektroniskar skipanir fyri seg.

Papp er t.d. pappeskjur, bylgjupapp og stuðulspapp. Pappeskjur, sum eru dálkaðar av olju ella øðrum, kunnu ikki endurvinnast, men skulu brennast. Papp, sum er viðgjørt við voksi ella klætt við tunnum plastfilmi, kann ikki endurvinnast, men skal brennast. Pappið skal vera í bingju ella í trýstbyrði, tá tað verður heintað.

Glærplast, sum hevur verið brúkt til at vevja um tilfar á plattum og líknandi, verður endurvunnið. Litplast kann eisini endurvinnast. Skal vera í stórum posum, tá tað verður heintað.

Burturkast at tyrvaBurturkast, sum ikki kann brennast ella endurvinnast, verður tyrvt.

Asbest, eternit, bjálvingarleivdir, gomul bjálving, rotviðgjørdur viður, keramikklutir og leivdir av PVC-rørum verða tyrvd.

Asbest og eternit skulu vera í stórsekkjum.

Bjálving skal vera í vanligum sekkjum. Alt, sum skal tyrvast, kann fara í somu bingju, undantikið asbest og eternit.

Serliga dálkandi burturkastNakað av serliga dálkandi ella vandamiklum burturkasti kemur frá byggivinnuni. Hetta eru evnir ella lutir, sum kunnu skaða fólk, umhvørvi ella útgerð, um tey ikki vera handfarin á rættan hátt.

Serliga dálkandi ella vandamikið burturkast kann vera máling, sýra og lútur, onnur kemikaliu, láorku ljóskeldur, løðibattarí og akkumulatorar.

Umráðandi er, at flótandi evni eru í góðum og væl merktum íløtum, helst upprunaíløtum.

Serliga dálkandi burturkast verður heintað eftir avtalu.

InnsavningIRF hevur nakað av bingjum í ymsum støddum til leigu. Væl skilt tilfar skal vera í bingju. Papp, pappír og plast kann vera í pressubyrði ella í plastposa.

IRF hevur bæði vanligar flutningsbilar og serbygdar bilar við trýstbingju at heinta burturkast við. Tú kanst velja at fáa tilfarið heintað ein fastan dag hvørja viku, ella tú kanst boða frá, tá tú hevur tilfar, sum skal heintast.

Kostnaður Burturkast at endurvinna er munandi bíligari enn annað burturkast og tú fært pengar fyri jarn og metal.

Tað er sum oftast munandi bíligari at lata skilt burturkast til endurvinning enn til brenning ella tyrving. Harafturat er tað skilagott ikki at blandað stórar timburlutir upp í annað vanligt brenniburturkast. Prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá IRF, www.irf.fo.

Kunningarskriv frá IRF

Hagaleiti 520 Leirvík Tel. 414243 www.irf.fo

So

sial

urin

341

800