nordlysid nr 22 2014

16
NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 Sterka kvinnan úr Klaksvík

Upload: nordlysid

Post on 02-Apr-2016

268 views

Category:

Documents


10 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 22 Fríggjadagin 20. juli 2014.

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 22 2014

NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

Sterka kvinnanúr Klaksvík

Page 2: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 20142

L E I Ð A R I N

Týsdagin 5. August giftastRó Kajsdóttir, Saltangará og

Dánial Bertholdsen, Klaksvík.

Vígslan verður kl. 11 í Betesda í Klaksvík,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Borðhaldið byrjar kl. 14 í Skálanum í Klaksvík,fyri innbodnum.

Brúdleyp

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Leygardagin 5. juli kl. 10 giftastHeidi Isaksen, Klaksvík og Theodor Thomassen,

Miðvágur, á býráðsskrivstovuni í Tórshavn.

Frá kl. 16 er opið hús í Dungagøtu 7, Tórshavn,har øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda

dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Brúðarlýsingareru ókeypis

Gamalt/Nýtt í KlaksvíkNógv spennandi vøraer komin út Danmark

Vælkomin í Gamalt/NýttKlaksvíksvegur 68

Leygardagin 19. Juli giftastGurið Joensen, Porkeri og

Jákup E. Petersen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.Veitslan verður hildin í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

kl 17.00.Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum,

verða biðin um at siga frá á telduposti [email protected] ella

á tlf. nr. +45 61733810 innan 1. Juli.

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli 2014 giftastOlivia Rasmussen og Bogi Tróndheim,

bæði úr Klaksvík, í Betesda í Klaksvík.Vígslan verður í Betesda kl. 12.00. Kl 19 verður vælkomst í Betesda, og hevði tað glett okkum

at sæð so mong sum møguligt.

BrúdleypTað var við spenningi, at bíðað var eftir nýggja út-spælinum frá Atlantsflog.

Tað er onki at taka seg aftur í, at føroysku við-skiftafólkini hjá Atlantsflog hava kent seg vera sett fleiri ár aftur í tíðina í ferðamøguleikum við høgu ferðaselaprísunum hjá einasta flogfelag-num, sum regluliga røkir rutur til og úr Føroyum loftvegis.

Síðani Atlantsflog bleiv partvíst skrásett á parta-brævamarknaðinum og roknað varð við at størri partur av felagnum eisini skuldi gerast privatur, hevur meira verið hugsað um at fingið felagnum fasta at standa á uttanlanda enn at hugsa um at geva føroyingum tryggar og kostnaðarrímiligar ferðamøguleikar til útlandið og heim aftur.

Tað hevur ikki verið sørt, at vit her heima hava kent okkum at tangera til gíslar í strembanini hjá felagnum at gera seg galdandi á rutum uttan-lands, tí hóast felagið hevur fingið ákoyringar frá føroyskum ferðafólkum, so hevur tað verið sum at slett vatn á gás.

Á pappírinum er nýggja strategiin hjá felagnum hugfarslig á at líta. Tryggari og betri samband til nærmastu londini kring um okkum er heilt víst nakað, sum bæði ferðafólk og vinnan kun-nu fegnast um. Ikki minst lækkanin av ferða-seðlaprísunum fegnast vit um og tað skuldi un-drað um hetta ikki fer at seta nógv størri ferð á ferðingina hjá Føroyingum.

Aberdeen í staðin fyri London? Her halda vit at tað er vert at royna Aberdeen. Fyri føroyingar sum ferðafólk, er London ein dýrur býur. Tað hevur víst seg at vera trupult at selja London sum ferðavinumál til føroyingar. Hinvegin hevur fortíðin prógva, at nógvir føroyingar hava hug at royna Skotland. Havast skal eisini í huga, at ert tú fyrst komin til Stórabretland, so er lag á manni at ferðast til stóru býirnar í Bretlandi og eisini til Lon-don um so skal vera, so jú, um so er at Atlantsflog nú fer heilthartað inn í eitt gott ferðasamband við Aberdeen, so er lítið at ivast í, at tað við tíðini fer at geva bonus. Royndirnar hjá felagnum higartil hava verið alt ov óseriøsar. Einaferð flugu vit til Aberdeen, einaferð til Hetlands einaferð til Lon-don, einaferð til London og Shetland og so fram-vegis. At sleingjast so sum tongul í brimi kann ikki vera gott fyri eitt flogfelag, ið vil vera álítandi.

Tað hevur simpulthen onki skil verið á ferða-seðlaprísunum hjá Atlantsflog í mong ár, eitt nú hevur verið fleiri túsund krónur bíligari hjá íslen-dingum at flúgva beinleiðis úr Íslandi til Keyp-mannahavnar og aftur enn at flúgva við Atlants-flog úr Íslandi til Føroya og aftur.

So, á pappírinum jú, vit heilsa nýggju strategiæt-lanini vælkomnari, og nú fáa vit at síggja hvussu leikur ferð tá barnið skal roynast í verki.

OJ.

Atlantsflog nýtt f log

Page 3: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 3

Fyrilestur/verkstova í Skúlanum við Ósánna 24. juni kl. 19.00

Hevur tú nakrantíð hoyrt um elektro-ovurviðkvæ-mi? Hetta er nakað, sum er nógv meira vanligt, enn vit geva okkum far um. Hjá nøkrum gerast oyrini heit, tá tey tosa í fartelefon - onnur fáa høvuðpínu ella húðútslett av tráðleysum interneti - og hetta hendir eisini í Føroyum!

Og hetta er nógv meira vanligt enn vit geva okkum far um. Fólk gerast sjúkari og sjúkari - og hetta kann

eins væl skyldast ósjónligu frekvensunum, vit ”svimja runt í”, sum vegna minkan-di kvalitetin av okkara mati og luft.

Túsundavís av vísinda-ligum kanningum vísa, at

elektro-magnetiskar byl-gjur ávirka okkara heilsu. Sambært NASA er viknan-di magnetfeltið á jørðini og økingin av elektro-mag-netiskari dálking, orsøk til vaksandi tal av hjartatil-

burðum, krabbameini og fleiri kroniskum sjúkum.

Á verkstovuni kanst tú síggja, um tú sjálv/sjálvur ert ávirkað av elektro-mag-netiskari dálking við einum orku-skanni (skriva teg upp

til skann á verkstovuni), og hvussu tú kanst tjekka títt umhvørvi fyri elektro-mag-netiska dálking.

Vit fara at vísa fram eitt spennandi medisinskt tól, góðkent av EU og ameri-kanska FDA, sum »tosar« við hvørja einastu kyknu í kroppinum og sum bøtir um møguleikarnar hjá ky-knunum at framleiða orku og umvæla skaðar. Flest fólk merkja mun eftir bara 8 minuttum!

Vælkomin til fyrilestur og verkstovu týskvøldið í Ós-askúlanum 24. juni 2014 kl. 19.00.

Olga Hentze og Janus Gut-tesen, fyrireikarar

Kostnaður kr. 80,-

ERT TÚ OV URV IÐK VOM F Y RI ELEK TRO-M AGNETISKUM FELTUM?

Page 4: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 20144

125 ÁRA MINNI: Verk Gunnars Gunnarssonar prógva til fulnar, hvussu ‘íslendskur’ hesin danskt-skrivandi rit-høvundur í roynd er. Hann ber inniligan tokka til føðilandið Ísland. Gunnar er frásøguskald. Á tráddum gøtum undir jøklum og eldfjøllum sær hann ævintýrið og undurið, og fólk sítt í brøg-dum og í gerð

Pól á Kletti

Liðin eru 125 ár síðan ís-lendski rithøvundurin Gunnar Gunnarsson var borin í heim. Hann var føddur á prestgarðinum Valþjóðsstaði 18. mai 1889. Valþjóðsstaður er í nánd av Skriðuklostri í Fljótsdali á eysturlandi Íslands, og her var faðirin Gunnar Helgi Gunnarsson uppsitari hjá bróðurinum Sigurði Gun-narssyni, ið var prestur.

Sjey ára gamal flutti Gunnar yngri við forel-drum sínum til Ljósstaðir við Vopnafjørðin, har faði-rin varð bóndi. Gunnar letur hesi árini fáa ljóð í endurminningarverkum sínum. Móðurina missir hann tíðliga, og eisini hesin missur kennist í fyrstu stet-landi royndunum hjá unga skaldinum í smáu yrkinga-

søvnunum »Vorljóð« og »Móður-minning« (1906).

Í 1907 fór Gunnar Gun-narsson til Danmarkar á Askov háskúla, har hann var tveir vetrar. Síðan roy-nir hann ymist fyrifal-landi arbeiði. Í 1909 fer hann til Aarhus, har hann letur bløðum smáyrkingar og hevur bókasavnsupp-gávur um hendi, serstakli-ga viðvíkjandi íslendskum bókmentum.

Men hetta var ikki nóg mikið til lívsins uppihald; longu várið eftir fer hann til Keypmannahavnar, har hann at kalla gekk bidda-ragongd millum tey ymsu

bløðini at fáa innivist fyri stuttsøgum og yrkingum.

Borgarfólkini blástu byrÍ 1911 kom út fyrsta skaldsliga verk Gunnars Gunnarsonar á donskum máli, yrkingasavnið »Dig-te«, ið ikki vakti serligan ans millum manna. Um-mælarar góvu savninum vánaligt skoðsmál. Men árið eftir er vent í holuni, tá tað eydnaðist Gunnari á forlagi Gyldendals at geva út fyrsta part av skaldsø-guni »Borgslægtens Histo-rie« (Ormarr Ørlygsson). Ummælini eru yvirhøvur positiv, og við hesum verki

(fýra partar 1912-14) vin-nur høvundurin stóran les-araskara.

Gunnar Gunnarsson he-vur nú fingið góðan byr og gerst nú virkin skrivandi maður. Og við síni fyrstu rithøvundasamsýning í lummanum giftir hann seg við Franziscu Jørgensen, fødd 4. apríl 1891 í Frede-ricia, og keypir húsaognina Grantofte í Norðursælandi, sum seinni varð býtt um við húsaogn í Stavnholt.

Sum viðurkendur rit-høvundur fær Gunnar stud-ning til uttanlandsferðir at rúmka bókmentaliga sjónarringin og at vinna

sær skaldsliga kveiking. Í 1919 var hann slíka ferð í Italia við studningi frá Anckerske Legat, eins og hann fleiri ferðir var í Íslan-di at leita yrkisevni til verk síni.

Árini 1930-33 var hann limur í teirri nevnd, sum ritstjórnaði mikla danska umsetingararbeiðinum av íslendskum fornsøgum. Sjálvur týddi hann »Grettis søgu« til danskt.

Másligt nærlagni og søgulig tilvitanMálsliga var Gunnar óg-vuliga nærlagdur. Hvør setningur væl umhugs-

aður, fyrst skrivaður á ís-lendskum, áðrenn hann endaliga varð snøggaður á donskum máli. Burtur úr hesum nakað langrøkjuta arbeiði spurdist eitt vakurt og livandi mál, har mer-gjaðar máliskur ríka og styrkja danska málið – ja, beinleiðis endurreisa tað sum norrønt mál.

Søga borgarfólksins er ein hugmyndarík nýtíðar íslendsk ættarsøga, ið si-gur lívssøguna hjá trimum ættarliðum. Hon er fyrsta íslendska skaldsøga, sum er tikin upp til film (í 1919 undir leiðslu danska films-leikstjórans Gunnar Som-merfeldts).

»Edbrødre. Roman fra Is-lands Landnamstid« (1918) er ein verulig søgulig skaldsøga um skyldmen-ninar Leiv og Ingálv, sum flyta úr Noregi. Ein rættili-ga væl umtókt skaldsøga – »i et tiår typisk konfir-mationsgave,« sum danski bókmentafrøðingurin Er-land Munch-Petersen mál-ber seg.

Eftir at hava skrivað en-durminningarskaldsøgur tað mesta av 1920-áru-num, tekur Gunnar í 1929 av álvara uppaftur táttin at skriva søguligar skaldsø-gur. Hetta árið gevur hann út »Svartfugl«, og við hen-ni varð sjøtul settur á fleiri tíðarsamanhangandi, men evnisliga óheftar skaldsø-gur: »Jón Arason« (1930), »Vikivaki« (1932; tittulin er heiti á einum íslendskum sangleiki), »Jord« (1933) og »Hvide Krist« (1934). Millum hesar verður tann um Jón Arason – seinasta katólska biskup Íslands – mett sum tann besta.

Gunnar leitar her tætt at heimildunum, uttan kortini at missa skaldsliga hugflo-gið og egnar persónslý-singar burtur.

Ein seyðamaður í kavaroksódnÍ 1939 gav Gunnar Gun-narsson úr »Advent«, eina-sta verk hansara, ið er týtt

EIT T FÓLK Í BR ØGDUM OG Í GERÐ

Gunnar Gunnarsson (1889-1975). Sum blaðungurlæt hann úr hondum yrkingasøvn á íslendskum. Í 1907 flutti hann til Danmarkar og fór at skriva á donskum. Hann hevur skrivað fleiri bøkur á hesum máli, og tær hava gjørt hann til ein hin kendasta rithøvund í Norðurlondum. Fleiri av bókum hansara eru seinni týddar til íslendskt, og tað mesta hevur hann týtt sjálvur. Í 1939 flutti hann aftur til Íslands

Page 5: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 5

til føroyskt. Jákup Olsen, lærari í Sandvík, týddi og Bókadeild Føroya Lærara-felags gav út í 1975.

Hetta er søga um seyða-mannin Bænadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir á rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgisneytar: hundin Leo og geldseyðin Eitil, ið er slóðari góður (har sum geldseyður er, gerst hann oddaseyður). Á 27. ferðini koma kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív.

Meistarliga greiðir høvundurin frá tí, sum rørist í huga Bænadikts á ferðini. So væl, at tá ið Bænadikt – uttan at falla í fátt – berjist fyri lívinum, kanst tú ikki leggja bókina frá tær, fyrr enn tú veit, um Bænadikt má lúta ella ikki.

Aftur hagar, ið rótin rannEftir 32 ár í Danmark flytur Gunnar Gunnarsson í 1939 heimaftur til Íslands. Hann er nú fimmti ára gamal og keypir garðin Skriðuklo-

stur í Fljótsdali og býr her til 1948, tá hann flytur til Reykjavíkar og livir har til ævilok.

»... langar øldir hevur livaðljóð, ið skaldið kvað;søgan forn, í skinnbók skri-vað,skreyt er enn í dag.«

Soleiðis tekur skaldið Mik-kjal á Ryggi til í kvøðu sínari til Ísland, »Frítt tú vart í fornum tíma« (pr.: Tingakrossur 25/2 1919). Yrkt, tá ið Ísland 1918 gjør-dist sjálvstøðugt ríki við kongi í felag við Danmark.

Uttan mun, um Gunnar ferðast í fornari ella nýg-gjari tíð, so leitar hann sær skaldsligan mátt og fyri-mynd úr heimlandinum. Verkini prógva til fulnar, hvussu ‘íslendskur’ hesin dansktskrivandi rithøvun-durin í roynd er. Ikki minst framhaldsverkið »Kirken paa Bjerget« prógvar hetta (fimm partar 1923-28).

Høvundurin ber í hesum endurminningum inniligan tokka til føðilandið. Hann sær ævintýrið og undurið

á tráddum gøtum undir heklugosi og jøkulssnjó, og fólk sítt í brøgdum og í gerð.

Og borg sína læt Gunnar byggja á hesum søgugrun-dum. Skriðuklostur í Fl-jótsdali avloysti Fredsholm í Bistrup á Sælandi. Húsið kostaði 200.000 kr., og fyri tann peningin kundu byg-gjast tíggju sethús við garði um í Reykjavík.

Samstundis hevði Gun-nar stórar ætlanir um vin-nuligt jarðarbrúk á garði sínum, men so brast stór-kríggið á og legði forðingar í vegin fyri landbúnaði. Og eftir kríggið hevði nýg-gja tíðin rinið við Ísland í øllum sínum veldi. Hitt gamla Ísland søkk niður í moldina og eitt nýtt pe-ningasamfelag reis upp, ið loysti fólkið frá jørðini. Bønarfólk fingust eingi. Á gørðunum varð laðað upp í dyr. Tað vóru atvinnumø-guleikarnir í stórstøðunum, sum lokkaðu.

Kanska stóð Gunnar Gunnarsson nú eins og Lear kongur á sinni og leit út yvir restirnar av kon-

garíki sínum (sí sjónleikin »King Lear« eftir William Shakespeare).

»Eg fari at siga um Gun-nar Gunnarsson sum Albert Camus um Sisyfos: Eg síg-gi hann sum ein eydnuríkan mann. Sum smádrongur minnist eg hann m.a. í sjónvarpinum tala um hund sín,« sigur íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson.

Setti almúgustabbarnar í hásætiTá Gunnar Gunnarsson í 1948 seldi Skriðuklos-tur, tók íslendski staturin við húsaognini, sum í dag verður umsitin av sjálv-sognarstovninum Gunnars-stofnum; ætlað mentafólki til hvíld ella dvøl at greiða úr hondum eitthvørt ver-kevni, har umstøðurnar krevja arbeiðsfrið.

Í norðurlendskum høpi javnmeta bókmentakøn Gunnar Gunnarsson við danska rithøvundin Johs. V. Jensen og norska rithøvun-din Olav Duun, umboðandi nýskapandi norrønar bók-mentir, ið seta almúgu-

stabbarnar í hásæti. Bøkur hansara eru týddar til mong fremmandamál og vóru eitt skifti serstaka væl umtók-tar í Týsklandi. Sjálvur umsetti hann egin verk til íslendskt, onkur umsetti Halldór Laxness.

Gunnar Gunnarsson skrivaði eisini stuttsøgur, sjónleikir og yrkingar. Verk hansara eru givin í tveimum søvnum á íslendskum: »Rit Gunnars Gunnarssonar (1941–62)« og »Skáldverk (1960–63)«. Hann umsetti eisini sjálvur skaldaverk úr øðrum málum, m.a. »Med-mennesket« hjá Olav Duun (í Danmark 1930).

Gunnar og Franzisca áttu tveir synir: Gunnar,

ið var listamálari, búsitan-di í Reykjavík, og Úlfur, ið var lækni á Ísafirði. Við aðrari kvinnu, Ruth Lange, átti Gunnar ein triðja son: Grímur, ið var blaðmaður og ritstjóri. Hann vaks upp hjá móður sínari í Danmark og var búsitandi har; sum skrivandi maður nýtti hann navnið Grimme.

Gunnar Gunnarsson an-daðist 21. november 1975 og er jarðaður í Viðey nærindis Reykjavík. Fran-zisca doyði árið eftir og er eisini jarðað í Viðey.

Við »Søgu bor-garfólksins« fekk Gunnar Gun-narsson góðan byr og gjørdist eitt vælumtók navn í norður-lendska bók-mentaheiminum. Skaldsøgan kom út í fýra pørtum árini 1912-14

»Edbrødre « (1918) er ein verulig søgulig skaldsøga um skyldmenni-nar Leiv og Ingálv, sum flyta úr Noregi til Íslands sum landnámsmenn. Ein rættiliga væl umtókt skaldsøga

»Advent« (1939) er søgan um seyðaman-nin Bænadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir á rakstrinum. Í einari kavaroksódn stendur um lív. Bókin er týdd til føroyskt

Stóru, prýðiligu húsini Skriðuklostur í Fljótsdali á eysturlandi Íslands bygdi Gunnar Gunnarsson eftir at vera fluttur aftur til Íslands í 1939. Her hevði hann eisini jarðarbrúk við nógvum bønarfólki. Níggju ár seinni seldi hann ognina og flutti til Reykjavíkar

Hjúnini Franzisca og Gunnar Gunnarsson í klosturgrind. Hon var ættað úr Fredericia

Mynd: Gunnarsstofnun

Meir á síðu 12

Page 6: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 20146

Effodeildin: Bara einaferð síðani upp-flytingina hjá KÍ í 2010 hevur liðið megnað at hildið málið reint tveir dystir á rað.

Jákup Ósá

Mánakvøldið var KÍ bara sekundir frá at halda málið reint annan dystin á rað. Hetta er ikki hent síðani

2012, tá KÍ helt málið reint móti NSÍ og B68 mitt í kap-pingini. Hetta var einastu ferð síðani uppflytingina, at KÍ hevur hildið nullið tve-ir dystir á rað í landskap-pingini. Tað er ongantíð ko-mið fyri, at KÍ hevur hildið málið reint tríggjar dystir á rað eftir uppflytingina.

Met í reyðum kortumKÍ er tað liðið í Effodeil-dini, ið hevur fingið klárt flest reyð kort eftir 13 um-før. Heili 6 ferðir hava KÍ leikarar sæð reyða kortið higartil í ár.

Hesir hava fingið reytt kort hjá KÍ:3. umfar móti HB: Jonas Flindt Rasmussen (tvey gul)

4. umfar móti EB/

Streymi: Gunnar Christian-sen (2 gul, har annað kom eftir dystin)

9. umfar móti B68: Tórur Justesen (beinleiðis reytt)

11. umfar móti Víkingi: Hjalgrím Elttør (tvey gul)

13. umfar móti AB: Heðin á Lakjuni (beinleiðis reytt) og Henry Heinesen (beinleiðis reytt eftir dy-stin)

Mest skelkandi er tað, at KÍ hevur fingið líka nógv reyð kort, sum øll hini 9 liðini hava tilsamans eftir 13 um-førum. Í landskappingini hava liðini fingið so nógv reyð kort:

6 reyð kort: KÍ1 reyð kort: HB,

Víkingur, NSÍ, ÍF, B68, AB0 reyð kort: B36, EB/

Streymur, Skála

Søguliga sæð, so setur KÍ met, um liðið fær eitt rey-tt kort afturat hetta kap-pingarárið, har 14 umfør eru eftir at spæla. Niðanfy-ri hava vit hugt eftir, hvussu nógv reyð kort KÍ áður he-vur fingið eitt kappingarár í bestu deildini í landskap-pingini.

2014: 6 (13 umfør leikt)2013: 42012: 42011: 42009: 62008: 22007: 42006: 52005: 3 (Her byrjar kap-pingin at hava 27 umfør í mun til 18 umfør áðrenn)2004: 1 2003: 0

2002: 02001: 32000: 61999: 11998: 51997: 51996: 21995: 31994: 21993: 01992: 11991: 11990: 21989: 21988: 21987: 11986: 01985: 21984: 0

Áðrenn hetta vóru dómara-seðlarnir ikki fullfíggjaðir yvir reyð kort. Men at tað nakrantíð eru komin nær-hendis 6 reyð kort til KÍ eitt

kappingarár er lítið hugsan-di, tí dystirnar vóru sjáldan meir enn 12-14 í tali.

Kelda: FaroeSoccer

NÓGV REYÐ KORT OG NÓGV MÁL ÍGJØGNUM

Page 7: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 7

Meting um 14. umfar: KÍ spælir móti EB/Streymi, sum KÍ ikki hevur vunnið ímóti síðani minniliga dystin á Mølini í 2006.

Jákup Ósá

Komandi vikuskiftið er næstseinasta umfar á skrán-ni áðrenn summarsteðgin. Og her er lagt upp til eitt av teimum heilt spennan-

di umførunum, tí dystirnir síggja javnir út á pappíri-num. Toppdystur er í Havn og botndystur á Skála.

NSÍ-ÍFNSÍ hevur framvegis bara vunnið móti trimum tei-mum niðastu liðunum eftir tapið seinast móti HB. Men avrikið var góðkent sum so ofta fyrr á heimavølli, har hesin dysturin eisini er, nú Eystanstevna er. ÍF fekk hart tiltrongdan sigur seinast og vann fyrra dy-stin millum liðini í ár. Jens Joensen hevur leikbann hjá NSÍ, meðan ÍF tykist vera nærum fullmannað. Tí kunnu vit vænta okkum ein sera javnan og spennandi dyst, sum kann fara báðar vegir. NSÍ hevur tó verið meira sannførandi yvir lon-gri tíð og eru á heimavølli. Tí tippa vit teir at víðka um sigrarnar til eisini at umfa-ta nummar 7 á stigatalvuni,

sum er ÍF í løtuni. Tipping: 1

B68-VíkingurBæði liðini hava steypa-dyst í beinunum, so har eigur ikki at vera stórvegis munur á, hvat lið er betri fyri. Men B68 liðið hevur bara 5 heimadystir eftir út av teimum 14, ið eru eftir at spæla. Tí fara toftamenn uttan iva at leggja sera nógv fyri. Víkingur verður uttan skadda Súna Olsen, sum hevur havt sera stóran týd-ning fyri liðið í ár. Tó hjál-pir tað, at Hallur Hansson er um at koma fyri seg nú eftir stórar byrjunar trup-ulleikar. Tað plagar ofta at ganga javnt á millum hesi bæði liðini og tað kann hugsast, at tað ger aftur hes-aferð. Men Víkingur koyrir so mikið væl í løtuni, at teir eiga at klára at hála ein si-gur heim, hóast Súni ikki er við. Tipping: 2

Skála-AB Skála hevur fingið nýggjan venjara í Paula Poulsen, sum fram til nú hevur verið hjálparvenjari hjá KÍ. Spur-ningurin er so, hvørja ávir-kan tað fær á Skála liðið, sum hevur havt tað sera trupult seinastu tríggjar dystirnar. AB hevur Sorin Anghel við aftur til hendan sera avgerandi dystin. AB liðið hevur fleiri royndir og hevur eisini roynt at vun-nið dystir í ár - enntá fleiri ferðir á útivølli. Hetta kann gerast munurin á liðunum, men hesin dysturin kann fara báðar vegir. Tað liggur meira til ein AB sigur eftir okkara tykki. Tipping: 2

HB-B36Toppdystur í Gundadali millum tey bæði liðini, sum eru langt á odda. B36 er 5 stig undan HB og kann tí skræða seg leyst við einum

sigri. Fyrr í ár spældu liðini javnleik í landskappingi-ni, meðan HB vann tepran sigur í steypakappingini. Seinasta árið hevur B36 havt gott tak á HB, men HB kann ikki tapa hendan dy-stin. Tað er ein smeitur fyri HB, at liðið í løtuni manglar fleiri týðandi leikarar sum eitt nú Andrew av Fløtum, Christian Mouritsen og le-ikbannaða Heina Vatnsdal. Her eru sjónarmið sum tala fyri og móti báðum liðunum. Tí endar okkara meting á javnleiki eins og í fyrra dystinum millum liði-ni. Tipping: X

KÍ-EB/StreymurKÍ kom niður á jørðina af-tur á Argjum eftir stórsigur móti ÍF. Avrikið á Argjum, serliga í fyrra hálvleiki, hevði ikki nógv ljóspunkt, meðan tað var frægari í seinna hálvleiki. Dysturin kostaði somuleiðis Heðin á

Lakjuni og Henry Heinesen leikbann eftir rokið móti endanum, har AB javnaði eftir umstrídda dómara av-gerð. EB/Streymur hevði líknandi uppliving, har liðið ikki megnaði at liva upp til HB dystin framma-nundan, tá teir sum einasta lið í ár megnaðu at vinna móti HB. Sostatt er talan um tvey óstøðug lið, sum stríðast við at koma upp millum tey 4 fremstu. EB/Streymur hevur líka síða-ni tapið móti KÍ á Mølini í 2006, sum kostaði FM heitið, ’’hevnt’’ tað, tí KÍ hevur ikki vunnið móti EB/Streymi síðani tá. Í fjør var KÍ sekund frá at bróta hesi hagtølini og tað kann eisi-ni blíva tætt hesaferð, men tippingin liggur millum javnleik og ein útisigur. Tipping: 2

FER KÍ ENDILIGA AT VINNA Á EB/STREYMI?

Page 8: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 20148

Leygardagin vann Jórun Larsen donsku kappingina, Natural Power Fitness, sum var í Randers. Eftir kappingina hevur hon fingið tilboð um at koma til aðrar kappingar m.a. í USA og sjálv heldur Jórun at tað er sera freistandi at taka av og vita hvussu langt tað røkkur.

At Jórun Larsen Mørkøre er ein megnar kvinna er lítil ivi um.

Í 2013 var hon heiðra við Megnarprísinum, ið verður latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti. Sum sjóri og eigari av bakarríðinum Hjá

Jórun fekk hon Megnarprí-sin frá Vinnumálaráðnum og Ìverksetarahúsinum fyri góð úrslit, nýhugsan, athava givið øðrum kvinniligum íverksetum íblástur og fyri at hava víst árræði og dirvi.

Megnarkvinnan hevur megnað at voksið støtt um sítt virksemi. Hon hevur megnað at skapt fleiri nýggj arbeiðspláss og hevur hil-dið áframm, hóast tað man-gan hevur verið trupult. Hon hevur torað at tikið á seg ein stóran fíggjarligan vága og hevur allatíðina ment seg. Harumframt er hon ein spennandi og aktivur persónur, ið eisi-ni hevur yvirskot at røkta seg sjálva og hevur tikið frítíðarítrívið til næsta stig.

Segði dómsnevndin í niðurstøðu síni.

Stóra styrkikappingin Power natural fitnessvar í Randers leygardagin, og føroysku luttakararnir gjørdu ein veruligan vørr. Jórun L. Mørkøre vann hjá kvinnum og Árna Fjalstein gjørdist nummar tvey. Hjá monnum gjørdist David Arge Galán nummar tvey. Eitt veruligt hál hjá før-oysku luttakarunum má sigast.

Norðlýsið var við tá

Jórun kom aftur til Klaks-vík mánakvøldið og hon visti av ongum fyrr enn hon trein inn um gáttina heima í Klaksvíksgarðinum og rørandi var løtan tá vinir, stuðlar og kenningar ynsk-tu henni tillukku.

Jórun hevur vant 6 ferðir um vikuna seinastu árini og myndirnar tala fyri seg at venjingin hevur givið úrslit.

Kappingin er serlig á tann hátt at stórur dentur verður lagdur á at kappingin er so rein sum gjørligt har lutta-karar vóru hart testaðir fyri ólóglig stoffir.

Hon var skipað soleiðis at deadlyft taldi 25% rógving 25% og kroppurin, útsjónd og symetri taldi 50%.

Og tað var útsjóndin sum gjørdi at Jórun vann kap-pingina tí í Rógving gjør-dist Jórun nr. 5 og deadlyft nr. 2.

Borgarstjórin heiðrar JórunÁ middegi týsdagin trein sjálvur borgarstjórin, Jóg-van Skorheim inn í bak-aríðið hjá Jórun og við sær hevði hann eina bukett og eina gávu frá Klaksvikar Býráð. - Slík avrik, ið Jórun hevur megnað, koma ikki av sær sjálvum og tað

STERK A K VINNAN ÚR KL AKSV ÍK

Page 9: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 9

er umráðandi at vit vísa hesum ans, segði borgarstjórin m.a.

Tað er altíð hugaligt at kunna heiðra sterk og skjót ítróttarfólk, ið vinna býi okkara fremstu heiðursmerkir.

Eg helt, at eg skuldi koma framvið her í dag, uttan at Jórun visti av nø-krum. Tað hevur týdning, at vit heiðra teimum, ið klára seg væl.

Slík avrik, ið Jórun hevur megnað, koma ikki av sær sjálvum. Óivað eru tað fleiri dagar, har tú hevur verið móð, havt pínu, ella at kroppurin er eymur.

Eg lurtaði eftir útvarpinum fyrradag-in, og tað var ein ikki sørt rørd Jórun, ið fegnaðist um góða úrslitið. Hetta er eisini sjálvsagt. Tí, sum hon sjálv vísti á, so hevur hetta kravt tímar og dagar at uppnáa.

Eg veit eg havi nevnt hetta fyrr, men hetta lýsir so ómetaliga væl eitt ítrót-tarfólk.

Fyri einum ári síðani, var ein ame-rikumaður við navninum Chris Duff og vitjaði í Føroyum. Hann hevði róð einsamallur úr Skotland til Føroyar og skuldi víðari til Ísland. Eftir at hann hevði greitt frá, hvussu spennandi,

gevandi, stuttligt og avbjóðandi hesin túrurin var, so segði hann hesi orðini:

“Ikki tí, tað eru eisini løtur, tá ið tað er sera trupult. Tað eru dagar, tá ið eg eri móður. Eg eri ringur av pínu í hond-unum, og eg fái ikki krept tær. Ryg-gurin er eymur, og eg eri svangur og kaldur. Men hetta er eisini ein partur av tí fulkomna! Tú kanst ikki bara fáa annað uttan at taka hitt eisini. Tú mást taka bæði tað góða og tað trupla. Og annað ger hitt meiri veruligt. Og sole-iðis er lívið eisini.”

Jórun! Tú hevur strembað, og tú he-vur klárað. Tú hevur nátt tínum máli, og kenni eg teg rætt, so bíðar næsta málið fyri framman. Tín eldhugi og vilji hava gjørt hetta møguligt, saman við tínari familju, ið so dúgliga hevur stuðlað tær.

Til seinast vil eg enn einaferð ynskja tær hjartaliga til lukku við fyrsta plás-sinum í kappingini Natural Power Fit-ness, og ynski eg tær alt tað besta fyri at náa komandi málum, segði borgar-stjórin í røðu síni.

Jórun L. Mørkøregjørdist nr. 1

í donsku kappinginiNatural Power Fitness

Page 10: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 201410

Navn, parlagsstøða og bústaður?John Jákupsson Petersen – stakur – Polen, Szczecin/Klakksvík.

Hvat fekk teg av landinum?Eg hevði eitt ynski um at lesa til lækna. Vanligt er, tá føroyingum fara at lesa til lækna, so fara teir til DK at lesa. Men tað hevði eg lítlan hug til. Tí eri eg fegin um at til ber at lesa til lækna á enskum í Polen.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Skúlagongdin og skúlating fara við nóg-vari tíð. Í frítíðini kann man fylgjast við floksfeløgum. Vit fara ofta út at eta, ella møtast heima hjá onkrum. Á skúlanum er eisini eitt aktivt studentafelag, ið ski-par fyri nógvum tiltøkum, ið eg plagi at fara til. Annars er tað ikki nógv hjá mær at gera í einum sløttum landi. Eg eri bert har fyri at fáa útbúgvingina.

Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?Einki ávíst, men eri altíð í góðum lag.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Í Polen havi eg verið í 5 ár. Áðrenn tað las eg lívfrøði í Tromsø (Noreg) í 1,5 ár. Og áðrenn tað hevði eg búð í Svøríki í 6 ár. Tað gevur 12,5 ár í alt.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Ja eg trívist. Millum lesandi er sera gott samanhald. Og tað er lættari at fáa vinir sum lesandi í Polen, enn eitt nú í einum landi har tey lesandi koma úr sama lan-di har lestnaðar staðurin er. Polskir næ-mingar sleppa ikki inn á ensku linjuna. Á ensku linjuni eru 85% úr Noreg. Og av tí at eg tosi so væl norskt, passar tað mær

fínt.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Fáa vit eina stutta feriu, fari eg gjarna til Alpurnar at standa á skíð. Í summarfrítíðu-ni komi eg til FO. Tá plagi eg at arbeiða. Annars so havi eg nøkur frítíarítriv, ið ikki kunnu íðkast í tí partinum av Polen eg búgvi í. Og tað er millum annað at ganga í fjøllunum. Har eru tað serliga fuglarnir og landslagið ið hava mín áhuga. Eisini at svimja á sjónum og svimja inní ymsar holir. Síga niður á røkur og niðurí gjáir. Ei-sini dámar mær væl at klintra, eitt nú havi eg verið á Risanum og Kellingini, og fyr-radagin var eg á Ytrakolli. Hartil flúgvi eg við paraglider. Og leiti eftir fornum lutum við metaldetector.

Fylgir tú við, hvat gongur fyri seg heima í Føroyum?Ja, eg fylgi sera væl við í øllum samfelags-viðurskiftum í Føroyum

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum modernaðum og ferðmiklum sam-felag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvussu ’slært’ tú teg leysan frá geran-disdegnum, ið til tíðir kann vera stræ-vin?Tá eg veruliga skal slappa av, tá fari eg ein langan fjallatúr ella klatritúr. Mær dámar væl at fara suðureftir. Um veturin ber til at standa á skíð. Um summarið ber til at fara omanfyri 3000 hæddarmetrar í Alpunum og ganga/klintra í fjøllunum har, so slepst undan hitanum, ið er har um summarið.

Hvør er besta máltíðin, tú fært?

Torførur spurningur, tí tað eru 5 máltíðir ið eg ikki dugi at taka dagar ímillum. Men tær eru: ræstur fiskur við turrsaltaðum spiki, kjálkar, seyðarhøvd, blóðpylsa og havhestur við turrsaltaðum spiki.

Leingist tú heimaftur? um ja, hví? um nei, hví?Eg leingist ikki eftur nøkrum. Men ætli mær avgjørt til FO at búgva tá eg eri bli-vin serlækni.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Eg tosi ikki um mínar kenslir við nakran.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert he-ima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og før-oyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?

Um eg blandi danskt móðurmál og før-oyskt saman? Nei, tað hvørki kann eg ella geri eg, tí føroyskt er mítt móðurmál.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Tað veit eg ikki. Men gongst sum ætlað, eri eg undir serlækna útbúgving í Svøríki ella Noreg.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møgulei-kin her:Ja, eg vil fegin senda eina heilsan til Kald-bak. Hon veit hvørja eg meini við.

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?Eg haldi at vit fara ein túr til Kanada, har floksfelagin hjá mær frá student býr: Jóhan Símun Joensen.

Útiset in hesaferð:

” Tá eg Skal slappa av, tá far i eg

ein langan f jallatúr ella klatr itúr.”

Page 11: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 11

TEK N A TEG SUM H A LDA R A

Page 12: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 201412

Eftir at hava búð í Danmark í 32 ár avger Gunnar Gunnarsson at flyta heimaftur til Íslands. Hann keypir í 1939 garðin Skriðu-klostur í Fljótsdali á Eysturlandinum og setist har sum bóndi. Hann letur har byggja stór og stásilig sethús – eina stein-borg, sum í dag er mentasetur

Pól á Kletti

Í kvæðinum »Viljormur Kornus« hoyra vit um eina av kempunum hjá Karla-magnusi keisara, sum ikki longur vil tæna harra sí-num, men fer í klostur at bøta sínar syndir. Og vit hoyra eisini, at Viljormur her lærir at lesa og syngja.

Viljorm Kornus rann mær í huga, tá eg fyri tve-

imum árum síðan vitjaði Skriðuklostur á Eysturlan-dinum – sjálvari borgini hjá søguskaldinum Gun-nari Gunnarssyni. Og fert tú tá hagar ‘bókleysur og blindur’, so stendur fyri tær í klosturgarði sjálvur Gunnar, og ‘gyltan ber hann kinn’ (bronsumyndin

í garðinum).Gunnar býður inn og

borðreiðir fyri tær. Og so stimburmikil er hesin kos-tur, at hann beinanvegin letur upp eyguni fyri un-durinum og ævintýrinum á leiðum undir eldfjøllum og jøkulssnjó. Hin bókleysi og blindi hevur fingið sjónina.

Ja, dýra eyð hevur Gun-nar givið okkum, ið valdu at sita til borðs saman við honum og njóta av føði hansara.

Klostrið á SkriðuAv teim fjúrtan skráset-tu klostrunum í Íslandi í katólskari tíð, stendur einki

uppi. Sum t.d. í Danmark, har tey eftir trúbótina vórðu nýtt til onnur endamál, m.a. skúlar. Orsøkin til hetta man vera tann, at byggitil-farið í Íslandi hevur verið grót og flag og nakað av viði, meðan tað aðrastaðni í Norðurlondum hevur ve-rið meira haldbært tilfar í

múrverki.Eitt av hesum fjúrtan

klostrunum í Íslandi var á Skriðu í Fljótsdali á Eys-turlandinum. Tað varð bygt í 1494 og fekk sostatt ikki drúgva ævi sum klostur, tí í 1550 varð trúbótin sett í gildi. Árini 2002-2012 var forngrevstur á klosturøki-num, har umframt sjálvt klostrið eisini kirkja og kir-kjugarður, klivar og búrúm komu í ljósmála. Talan er um augustinarklostur.

Staðið er nærhendis kirkju- og prestsetrinum Valþjóðsstaði, har Gunnar Gunnarsson var føddur og vaks upp. Í Skriðu var ei-nans kirkja til klostrið varð bygt í 1494, og var einasta halgisetur alt frá Mun-kaþverá í Eyjafirði eystur um land til Kirkjubæar-klaustur á Síðu.

Við siðaskiftinum misti Skriðuklostur mekt sína og mæti. Allar ognir tess komu undir kong, skipaðar sum serstøk leigulen; m.a. alt lendið, sum er millum Jøkulsáir í Fljótsdali og Jøkulsáir á Dali, umframt nógva aðra jørð.

Eftir at klostrið á Skriðu varð niðurlagt í 1552, var her embætisgarður; m.a. hava sýslumenn sitið her.

Kirkja var her til 1792, og hevur síðan einans kir-kja verið í Fljótsdali, tann á Valþjóðsstaði.

Í KLOSTURBORG

Skriðuklostur á tekniborðinum. Týski arkitekturin Fritz Höger (vm) sýnir her Gunnari Gunnarsson (í mið-juni) eitt uppskot til nýggju hús hansara í Fljótsdali. Sum fyrimynd vórðu harragarðar í Europa nýttir

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Árini 2002-2012 hevur forngrevstur verið í gomlu klosturgrundunumí Skriðu. Klostrið var augustinarklostur, bygt í 1494 og sostatt eittav seinastu klostrunum í Íslandi áðrenn siðaskiftið 1550Mynd: Gunnarsstofnun

Page 13: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 13

Í garði Skriðuklosturs. Eins og ein annar abbati stendur her Gunnar Gunnarsson í myndlíki (bronsumynd á grótstabba) og tekur ímóti tær. Hann býður tær inn og til borðs. Og kemur tú higar blindur og bókleysur, er hesin kostur so stimburmikil, at hann skjótt letur upp eygu-

ni á tær fyri tí unduri og ævintýri, ið Gunnar sá á leiðum undir eldfjøllum og jøkulssnjó, og sum kveiktu mikil bókaverkMynd: Gunnarstofnun

Gunnar Gunnarsson settist á Skriðuklostri sum bóndi. Garðurin bar 200 áseyðir og hevði haga í felag við aðrar garðar. Tá boðað varð at reka, vóru fjallmenninir burtur eina viku og komu aftur við einari gongu, ið taldi 5000 seyðirMynd: Gunnarsstofnun

Garður Gunnars skaldsTað, sum Skriðuklostur tó mest er kent fyri í nýggja-ri tíð, eru tey avbera vøkru húsini, skaldið Gunnar Gunnarsson læt byggja her, tá hann eftir 32 ár í Dan-mark aftur flutti til Íslands og keypti garðin. Hetta var í 1939, og húsini eru ræt-tiliga stór, bygd úr gróti og takt við flagi.

Gunnar Gunnarsson heit-ti á týska arkitektin Fritz Höger um at tekna húsini. Sum fyrimynd vórðu nýt-tir harragarðar í Europa.

Hesin sami Höger teknaði eisini Arnarborgina hjá Adolfi Hitler, og er eisini kendur fyri aðrar kendar bygningar, t.d. handilshúsið Chile Haus í Hamborg.

Sambandið við Fritz Hö-ger, ið taldist millum teir úrvaldu í naziliðinum, he-vur lagt ein heldur døkkan skugga yvir fortíð Gunnars Gunnarssonar, tó at eingi fellandi prógv eru fyri, at hann beinleiðis tók undir við nazihugsjónini.

Hetta var tó nóg mikið til, at Svenska Akademiið

í 1955 ikki vildi býta Bók-mentavirðisløn Nobels mil-lum hann og landsmannin Halldór Laxness, men vildi lata Laxness virðislønina eina. Nobelnevndin hevði annars skotið upp at býta virðislønina millum teir báðar.

Tá Gunnar eftir sein-na heimsbardaga flutti til Reykjavíkar, handaði hann íslendska statinum ognina á Skriðuklostri, sum í fyr-stani nýtti hana til royndar-støð. Gunnarsstovnur, ið er sjálvsognarstovnur, hevur

umsitingarligu ábyrgdina. Fyristøðumaður er Skúli Björn Gunnarsson.

Húsini eru eisini savn, Gunnari Gunnarssyni til minnis. Innbúgv hansara er her og stórt mynda- og bókasavn. Í neðra – í kjal-larahæddini – er matstova hjá vitjandi at støkka inn á og fáa hvíld og njóta ein kaffimunn.

Høgur og lágur viðsama borðEiðismaðurin Havstein Ellingssgaard (f. 1926) var 1944-45 sveitastrákur (húskallur) hjá Gunnari Gunnarsson á Skriðuklo-stri. Í samrøðu í Dim-malætting (des. 1995) lý-sir hann húsini sum sera sjáldsom, laðað av gróti við sementblanding ímillum. Stór hús við 30 rúmum í tveimum hæddum. Gunnar búði við sínum húski í erva og alt arbeiðsfólkið í neðra.

– Seinna summarið, eg var á Skriðuklostri, varð eg settur at mála betongið mil-lum steinarnar uttan. Hetta var rættiliga drúgt arbeiði,

tí væl mátti ansast eftir, at hvíta málingin ikki kom á steinarnar, greiddi Havstein Ellingsgaard frá.

Gunnar sást sjáldan úti fyri dyr í arbeiði. Kundi onkuntíð í hoyna koma út at raka, annars ikki. Tað var mest konan Franzisca, ið stóð fyri húshaldinum á garðinum, tí hann var skald og fekk almenna løn fyri tað. Ein íslendingur var for-maður á garðinum.

Garðurin bar 200 áseyðir og hevði haga í felag við aðrar garðar. Tá boðað varð at reka, vóru fjallmenninir burtur eina viku og komu aftur við einari gongu, ið taldi 5000 seyðir.

Sagt verður um Gunnar, at hann var ein sera frynt-ligur og vinsælur maður. Havstein Ellingsgaard hevur í nevndu samrøðu greitt frá, at arbeiðsfólkið á garðinum og húsfólkini ótu døgverða saman við eitt stórt borð, allar dagar uttan sunnudag. Gunnar og Fran-zisca sótu fyri hvør sínum borðsenda.

– Íslendingar hildu nógv

av Gunnari. Ofta varð heitt á hann um at halda røðu á fundum. Sjálvur minnist eg hann hava hildið røðu í Hallormsstaðarskógi, sigur Havstein Ellingsgaard.

Hann var prátingarsamur og visti manga skemtisø-guna, men kundi viðhvørt vera nakað hugfjarur og tá ringur at koma á tal við. Og tað er ikki ókent fyri skald og listafólk, tá »andin« er yvir teimum.Skaldið í djúpum tonkum

Mynd: Gunnarsstofnun

Page 14: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 201414

Hetta verður stórur dagur, sum Føroya Sjómanna-dagur saman við Klaksvíkar Kommunu fer at skipa fyri.

Fyrireikingarnar eru nú komnar væl áleiðis. Í Svendborg á Fióni eru Hans Paulu Olsen, myndahøgga-ri og Jørn Svendsen, bron-sustoypari við at leggja sei-nastu hond á verkið.

Hans Pauli Olsen sigur seg vera sera væl nøgdan við stoypingina. Saman við Preben Hansen, verk-frøðingi, var Oliver Joen-sen fyri trýmannabólkin í Sjómannadegnum, sum hevur havt uppgávuna um hendi at gera kopakonu-myndina til veruleika, og vitjaðu á stoyparínum hjá Jørn Svendsen og eisini verkfrøðingurin segði seg vera sera væl nøgdan við tær avtalur, sum har blivu gjørdar um stál skottir og boltar, ið skulu tryggja, at Kópakonan ikki fer í fyrsta briminum í Mikladali.

Mikudagin í hesi vikuni, var so byrjað uppá arbeiðið, sum skal gerast á Stórak-neysa á helluni í Mikladali, har standmyndin av Kó-pakonuni skal standa sum ein ikon og ein ímynd av søgnini um Kópakonuna í Mikladali.

Preben Hansen, verk-frøðingur og Fróði Kvíggjá frá landsverk, vóru saman við Oliver Joensen og Óla-vi Samson í Mikladali og gjørdu fyrstu fyrireikingar-nar til at byrja boringarnar, ið neyðugar eru at gera á Stórakneysa.

Fyri at tryggja sjálvan kneysan, hevur tað víst seg at vera neyðugt við seks fjallaboltum, ið eru um-leið 6 metrar til longdar,

sum skulu borast niður ígjøgnum kneysan og langt niður í næstu flágina undir kneysanum, tástani kann farast undir at festa sjálvan Kópakonuna á kneysan.

Rokna verður við, at bo-riarbeiðið á helluni í Mik-ladali fer í gongd í komandi viku ella eftir næsta viku-skiftið.

Ávist elarbeiði og kapil-arbeiði skal eisini gerast á staðnum, tí ljós skal setast upp kring Kópakonuna, so-leiðis at eisini skal bera til at síggja hana myrku ve-trardagarnar .

Uppi í bygdini eru eisini nógvar fyrireikingar longu gjørdar, bæði við fríðkan av bygningum og asfalte-ringum av vegum. Uppi í plantaguni og við kam-pingplássið er eisini ymiskt gjørt og ikki minst hevur stóraneyst, sum í framtíði-ni helst verður eitt framsý-ningarhøli av einhvørjum slag, og sum var í fer við at falla í órøkt, fingið nýtt tak er vorðið málað og skjótt fær nýggjar hurðar ísettar. Norðnastovusmiðjan hevur eisini fingið umvælingar,

eins og hjallurin hjá bróðir Páll Fanga er vorðin til eitt forvitnisligt busskýli.

Hóast langt er komið við hvuðsuppgávunum í samband við Kópakonu-na, so er eitt stórt tak eftir hjá fyrireikarunum, og tað er at seta út í kortið neyvu skránna fyri fríggjadagin 1. August.

Vit í trýmannabólkinum, undir Sjómannadegnum, saman við Sjómannadeg-num hava valt at heita á Dáva Winther, um at átaka sær at samskipa skránna og

dagin. Hetta hevur hann játta at gera, saman við trýmannabólkinum, Olivur Thomsen, Oliver Joensen og Ólavi Samson.

Í komandi viku er ætla-nin at fyriskipa ein fund í Avhaldshúsinum í Mik-ladali, har fólki úr allari Kalsoynni verður boðið við at fáa kunning og at geva sítt íkast til dagin. Undir-strikast skal, at hugskotið til Kópakonuna er komið frá Føroya Sjómannadegi og í hugskotinum liggur, at Kópakonan skal gerast ein

møguleiki fyrst og fremst hjá fólki í Kalsoynni at vin-na pening úr ferðavinnuni, og ikki minst skal hetta vera eitt klípi hjá allari før-oysku ferðavinnuni at fáa pening burturúr vitjandi.

Tá Kópakonan er sett upp, er uppgávan hjá Sjó-mannadegnum liðug og tá er at vóna at lokala ferðavinnan, saman við landsins ferðavinnuni fer at duga at gagnnýta stóru møguleikarnar í Kalsoynni.

Í samband við stóra tilta-kið fríggjadagin 1. August,

fara vit á Norðlýsinum at senda blaðið í hvørt hús í Føroyum við nærri lý-singum um tiltaki og ikki minst við skránni fyri dag-in.

Hetta verður eitt gott høvi hjá lýsarum at koma í hvørt hús í Føroyum. Kópakonublaðið verður sjálvsagt tugt og tannlað tá tað kemur út, tí í tí verður bæði skrá fyri dagin, kort fyri oynna og Mikladal og hópin at góðum hugskotum um gongutúrar og annað, sum fólk kunnu valfarta til hendan dagin.

Vit hava longu gjørt fyri-reikingar til flutning saman við Strandferðsluni, so longu nú kann sigast, at tit skulu ikki hugsa um at taka bil við, Eitt armband fer at vera til keyps í Kunningar-stovuni í Klaksvík og tað armbandið verður bæði ferðaseðil við Sam og við øllum eykabussunum, sum verða settir inn at koyra ímillum Syðradal og Mik-ladal.

STANDMYNDIN AV KÓPAKONUNI VERÐUR AVDÚK AÐ Í MIKL ADALI FRÍGGJADAGIN 1. AUGUST

Page 15: Nordlysid nr 22 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 22 FRÍGGJADAGIN 20. JUNI 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 22 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Fríggjadagur 20. juni11.30-21.00 Kafe 44 hevur opið10.00-21.00 Café Cibo hevur opið16.00-24.00 Sjókaféin & CafeRunavik hava opið17.00 Børn undir skúlaaldri spæla á vølli- num við Løkin18.00 Báta- og kampingtreff við báta- hylin í Runavík. Siglt verður av Saltnesgrynnuni kl 18.00 inn í bátahýliní Runavík Tilmelding til báta- og kamping- pláss á tlf 21878818.00 Karnivalluttakararnir skulu møta við skúlan við Løkin18.30 1. Deild NSÌ – EB/Streymur spæla á vøllinum við Løkin19.00 Tivoliøkið og Vaflucaféin hevur opið. Marita Vestergaard hevur mál- ningaframsýning í Vafluteltinum19.00 Stóri karnivalurin verður á stevnuøkinum. Evni er Disney19.15 Svend Højgaard, dagligur leiðari, á bókasavninum setir stevnuna20.00 Signar í Homrum framførir á stevnupallinum20.15 3. Deild NSÌb – KÍa Spæla á vøllinum við Løkin21.00 Ung talent úr ungdómshúsinum framføra á stevnupallinum22.00 Pub quiz/Sang og hugni í Heiðatjaldinum23.00-04.00 Peche: Jens Marni spælir live

Leygardagur 21. juni09.30 U14 NSÌc – KÌd spæla á vøllinum við Løkin11.00 U14 NSÌa – Skála spæla á vøllinum við Løkin13.00 U14 NSÌb – FC.Suðuroy spæla á vøllinum við Løkin13.00 Barnaróður á havnarøkinum11.30-21.00 Kafe 44 hevur opið10.00-21.00 Café Cibo hevur opið16.00-24.00 Sjókaféin & CafeRunavik hava opið14.00 Tivoliøkið og Vaflucafe´in er opið Marita Vestergaard hevur mál- ningaframsýning í Vafluteltinum14.30 Oldboys kapping á vøllinum við Løkin14.30 Petra Høgnadóttir Hansen framførir á stevnupallinum15.00 Kappróðurin veður útvarpaður á stevniøkinum15.00 Kappróður á havnarøkinum17.00 Kappróðrarsteypahandanin á stevnupallinum18.00 Effo dystur millum NSÍ og ÍF20.00 Missións og ungdómshúsið á Glyvrum skipar fyri útimøti við sangi og vitnisburði á stevnupallinum22.00 Contrykonsert við Magna Christiansen og Four menn í Heiðatjaldinum á stevniøkinum23.00 Hornorkestrið spælir á stevnupallinum23.30 Bill Justinussen heldur midnáttarrøðuna

23.00-04.00 Peche: Hans Andrias spælir live24.00 Fýrverkar. og felagssangur við sløkkiliðsmonnunum01.00 Four menn spæla til gamlamanna- dans í Heiðatjaldinum

Sunnudagur 22. juniKafe 44 hevur opið 14.00-21.00Café Cibo hevur opið frá 10.00-21.00Sjókafe´in og Cafe Runavik hava opiðListaframsýning við Bynna Lamhauge verður í Glyvra kirkju14.00 Tivoliøkið og Vaflucafe´in er opið Marita Vestergaard hevur mál- ningaframsýning í Vafluteltinum15.30 Straffikapping fyri øll. Kostnaður kr. 20,- á vøllinum við Løkin16.00 Klovnurin Bubu framførir stórt barnashow á Stevnupallinum16.00 Roysni skipar fyri 3. umfari av grand prix rennikapping. Start og mál verður á stevniøkinum17.00 U16 NSÌb – B68/ÌF á vøllinum við Løkin17.00 Ymisk tiltøk við lokalum andlitum á stevniøkinum17.00 Møti í missións og Ungdómshúsi- num. Talari er Hanus á Gørðum prestur. Drekkamunnur verður aftaná18.15 Sjúrður Djurhuus Trondheim framførir á stevnipallinum18.00 Bingo verður í Nón

EYSTANSTEVNAí Runavík 20. - 22. juni

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]