nordlysid nr 24 2014

32
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 Allan leygardagin er ókeypis hjá øllum at koyra TIL Klaksvíkar! Frá kl. 18.00 - 21.00 er ókeypis at koyra ÚR Klaksvík! Handlarnar í Klaksvík hava opið til kl. 20.00 leygardagin 12. juli EYKA TUNNILSDAGUR LEYGARDAGIN 12. JULI Klaksvíkar Svimjihøll letur upp aftur NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

Upload: nordlysid

Post on 01-Apr-2016

340 views

Category:

Documents


13 download

DESCRIPTION

Nordlysid nr 24 2014 Norðlýsið blað nr. 24 Mikudagin 9. juli 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 24 2014

- lokala røddin sí ðani 1915

9772245065007

Allan leygardagin er ókeypis hjá øllum at koyra TIL Klaksvíkar!

Frá kl. 18.00 - 21.00 er ókeypis at koyra ÚR Klaksvík!

Handlarnar í Klaksvík hava opið til kl. 20.00 leygardagin 12. juli

EYK A TUNNILSDAGURLEYGARDAGIN 12. JULI

Klaksvíkar Svimjihøll letur upp aftur

NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

Page 2: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 20142

Page 3: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 20144

Page 5: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 5

Page 6: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 20146

RÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD

Síðan fyrstu deyðsvanlukkuna í ferðsluni í 1928, eru 281 føroyingar deyðir í ferðsluni. 202 menn og 79 kvinnur. Av hesum vóru 100 børn ella ung, yngri enn 18 ár.

Tú kanst geva títt íkast, so hetta talið ikki veksur:

ferdslutrygd.fo

Halt hámarksferðina

Nýt trygdarbelti

Drekk ikki rúsdrekka, tá tú skalt koyra

Hugsavna teg um at koyra, tá tú situr handan róðrið

So ert tú tryggari!

fólk deyð í ferðsluni

Page 7: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 7

Brúðarlýsingareru ókeypis

Týsdagin 5. August giftastRó Kajsdóttir, Saltangará og

Dánial Bertholdsen, Klaksvík.

Vígslan verður kl. 11 í Betesda í Klaksvík,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Borðhaldið byrjar kl. 14 í Skálanum í Klaksvík,fyri innbodnum.

Brúdleyp

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Leygardagin 19. Juli giftastGurið Joensen, Porkeri og

Jákup E. Petersen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.Veitslan verður hildin í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

kl 17.00.Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum,

verða biðin um at siga frá á telduposti [email protected] ella

á tlf. nr. +45 61733810 innan 1. Juli.

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli 2014 giftastOlivia Rasmussen og Bogi Tróndheim,

bæði úr Klaksvík, í Betesda í Klaksvík.Vígslan verður í Betesda kl. 12.00. Kl 19 verður vælkomst í Betesda, og hevði tað glett okkum

at sæð so mong sum møguligt.

Brúdleyp

Týsdagin 15. Juli 2014 giftast Gunvør Reyðberg og Hans Sjúrðaberg bæði úr Klaksvík,

í Býráðshúsinum í Klaksvík.

Vígslan verður kl. 12.00 og frá kl. 19.00 verður væl-komst heima hjá hjúninum á Heygavegi 69,

har øll eru hjartaliga vælkomin

Brúdleyp

Mikudagin 9. juli fyllir Malan Davidsen,ðhár-fríðkanarkvinna, úr Klaksvík 80 ár.

Dagurin verður hildin á Tekniska Skúla í Klaksvík kl. 18.

Verið hjartaliga vælkomin!

Leygardagin 9. august giftast Jastrud Hanusardóttir Joensen, Klaksvík,

og Petur Mohr, Fuglafjørður. Vígslan verður í Siloa, Fuglafirði, kl. 12. Veitslan verður fyri innbodnum í Mentanarhúsinum í

Fuglafirði kl. 18. Sunnudagin 10. august verður brúðarhús, Dávabrekka 6 í Klaksvík frá kl. 16

Leygardagin 12 juli, giftastAnnleyg Hansen og Jógvan Poulsen Strendur.

Vígslan verður í Sjóvar Kirkju kl 13.00.Opið hús verður í bygdarhúsinum á Strondum frá kl

19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Brúdleyp80 ára føðingardagur

Brúdleyp

Hjartaliga takki eg øllum sum gleddi megá 80 ára føðingardegnum.

Heilsan Hans Jacob Østerø

Tøkk

Page 8: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 20148

Uni Daniel-sen, stjóri í P/F Norðoyatunnilin, váttar at leygar-dagin 12. Juli verður ein eyka tunnilsdagur í Norðoyatunnli-num í samband við at Baðilan-dið (Klaksvíkar Svimjuhøll) letur upp ef-tir umfatandi umbygging.

- Vit fingu ein fyrispur-ning frá Klaksvíkar Han-dilsfelag har tey ynsktu at rinda fyri ókeypis koyring í Norðoyatunnlinum. Vit hildu at hetta ljóðaði áhu-gavert og vildu gjarna gera eina roynd. Vit hava sett sum treyt at keyptir verða í minstalagið tríggir tímar.

-Hugskotið hjá Klaks-víkar Handilsfelag byggir á at gjaldstøðin í Norðo-yatunnlinum bert krevur pening tá koyrt verður úr Klaksvík og tí kunnu fólk altíð koyra ókeypis til Klaksvíkar og leygarkvøl-dið 12. juli rindar Klaks-víkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommuna 26.000 kr. fyri at ókeypis verður at koyra úr Klaksvík millum kl. 18 og kl. 21.

-Vit hava mett um ferðslu-na sum er leygardagar og hava so sett prísin eftir ei-

num miðaltalið og lagt eitt ómaksgjald á og eru komin til at fyrsti tímin kostar kr. 10.000,- og fylgjandi tímar

kr. 8.000,- pr. stk.

-Hetta er ein roynd og eydnast hon væl verður het-

ta uttan iva endurtikið.

-Eg haldi sum sagt at het-ta er eitt spennandi átak og

eru vit fegin at kunna verða við at hátíðarhalda at baði-landið í Klaksvík nú letur upp eftir umfatandi um- og

nýbygging.

NORÐOYATUNNILIN SELT “3 TÍMAR ÓKE YPIS KOYRING” TIL KL AKSV ÍK AR HANDILSFEL AG

Ólavsøkudag hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Mikladali leygardagin 26. juli

frá kl. 11.00 og úteftir.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bernhardina og Heðin Klein

Silvurbrúdleyp

Page 9: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 9

Tungt er at skriva minningarorð um okkara góðu vin-konu, Tórfríð, sum hevði so nógv at týða fyri okkum. Vit hava kenst og komið saman frá ungum av, og altíð var tað hon, ið bæði andaliga og handaliga gav tey røttu og góðu ráðini. Hon dugdi væl at stíla fyri og fáa alt at ganga væl í hond. Tórfríð var tiltikið vælgjørd og dugnalig til alt handaligt, húsligt arbeiði. Hon var erlig og reiðilig í øllum spurningum og fírdi ikki fyri at siga sína meining á røttum staði. Tú visti altíð, hvar tú hevði hana. Samstundis hevði hon framúr andaligt kjølfesti, vísti samkenslu, men-niskjatokka og ein ótroyttiligan hug at hjálpa og dugna, har tað trongdi til.

Mánakvøldið 10. februar vóru vit saman í føðingardegi hjá aðrari vinkonu. Vit hugnaðu okkum, sum vit plagdu, tá vit vóru saman, bæði við gaman og álvara, fylgdust á he-imleiðini, og áðrenn vit settu teg av, segði tú, sum so ofta áður: “Í næstu viku havi eg bindiklubb”.

Ikki grunaði nakar okkara, at tað var seinastu ferð, tú vart við. Mikudagin á veg til arbeiðis vart tú sligin av her-viligari sjúku og í sjúkrabili førd til Havnar. Støðan var álvarslig, men ilt var at siga, hvønn veg tað bar, vóru boði-ni av Landssjúkrahúsinum. Vit nøtraðust, men vónaðu tað besta. Øll fingu vit uppaftur størri vónir, tá tú vart flutt

norður aftur til Klaksvíkar, tí framgongd var at hóma, hóast døpru útlitini. Hetta hildu vit eisini. Sjálvt um tað

gekk spakuliga, so vóru vit samdar um, at tað gekk rætta vegin, og so smátt fóru vit at gleða okkum til tann dag, tá vit allar aftur kundu hittast undir vanligum umstøðum.

Langafríggjadag vart tú eina løtu heima við hús hjá tí-num kæru, og tað styrkti vónina um, at nú fórt tú skjótt at blíva frísk aftur. Men stokkut var gleðisstundin, tí longu fyrsta Páskadag fingu vit skakandi og syrgjuligu boðini um, at tú vart farin.

Vøkur og hátíðarlig var jarðarferðin úr nýggja Betesda, góðveðursdagin í apríl. Stórur var skarin, ið fylgdi tær til seinasta hvíldarstað títt. Vit duga ikki at skilja, at tú ikki ert her, men uggin og vissan hjá okkum er, at tú nú hevur funnið æviga hvíld í einum betri staði.

Hjá okkum er saknurin stórur. Størstur er saknurin hjá tykkum góði Børge, Vera og Jan við familju. Tórfríð var miðdepilin í lívi tykkara. Harrin styrki tykkum í sorgini og sakninum.

Við hesum fátæksligu orðum lýsa vit frið yvir minni-num um vinkonu okkara, Tórfríð.

Bindiklubburin

Frásøgn eftir William Heinesen framborin av sjónleikarinnunum Mari-tu Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen við livandi tónleiki eftir Tine Surel Lange. Ferðast um alt lan-dið juli 2014.

Hetta er ein av teimum meira dramatisku stutt-søgunum hjá Williammi Heinesen. Søgan ferð fram í Havnini í 30’unum. Hon snýr seg um fylgjurnar av virkinum hjá tí kvinnuli-ga Don Juanninum Varme Fanny.

Fanny verður rópt Var-me Fanny, tí hon ansar hi-tamaskinuni í einum fiska-turkihúsi um náttina - og so tí at hon er heit. Hon vir-kar sum ein magnetur uppá

menn. Ein fyri og annar eftir tølast teir av henni.

Hevur ein maður eina-ferð verið fyri erotiskum uppmerksemi frá Fanny, vendist ikki aftur.

Stærke Johan smeltar í hitanum hjá Fanny og løtan saman við henni gongur ikki frá honum aftur. In-nan í honum er ein kampur millum skuld og hug, loya-litet og sjávlsøkni. Konfor-mitet og spenning osfr.

Avleiðingarnar av sam-veruni hjá Johan og Fanny eru lagnutungar. Gomul hjúnar- og vinaløg koma undir trýst, og Havnin verður merkt av tungum, spælandi dragandi erossi, samgráti, vitloysi og deyða.

Søgan er søgd í eyðken-

du stílleguni hjá William Heinesen. Stemmnings-fult, humoristiskt, loyndar-fult, sorgblítt og næsvíst. Myndberu- og málsliga er hon í serflokki hon lýsur av viti, poesii og kærleika til menniskja.

Sjónleikarinnurnar Ma-rita Dalsgaard og Gunn-vá Zachariasen siga frá søguni, afturvið hevur Tine Surel Lange, sum er tónaskald úr norðurnorra, skriva ljóðalandsløg og tónleik fyri teldu, cello og cello á teldu.

Marita og Gunnvá hava fyrr tulka tekstir hjá Wil-liam Henesen við krops-ligari ekspressionismu og teatralskum myndum, men hesaferð er teksturin, tón-

leikurin og myndirnar í sinninum á áskoðararnum í miðjuni.

Tað ber til at spæla lei-kin allastaðni og Marita, Gunnvá og Tine ferðast um alt landið við Syndefaldet í juli 2014.

Søgan verður søgd á donskum og er tí eisini vælegna til ferðafólk, sum duga danskt.

Ferðaskrá:04/07 kl. 20.00 Nolsoy, Kunningarstovan, [email protected], 527060

05/07 kl. 20.00 Tórs-havn, Tjóðpallurin, [email protected], 318617

06/07 kl. 15.00 Fugla-fjørður, Mentanarhúsið, [email protected],

23807007/07 kl. 20.00 Kvívík,

Følvishøllin, [email protected], 212523

08/07 kl. 20.00 Vestman-na, Vektarbúðin, 770160

09/07 kl. 15.00 Klaks-vík, Spaniensstova, [email protected], 456939

09/07 kl. 20.00 Viðare-iði, Skúlin, [email protected] 456939

10/07 kl. 20.00 Vági, Stóra Pakkhús, [email protected], 733090

11/07 kl. 20.00 Tvøroyri, kirkjan, [email protected], 611080

12/07 kl. 18.00 & kl. 20.00 Miðvágur, Gum-maldargøta 3, 213455

13/07 kl. 15.00 Mykines, Dansistovan.

14/07 kl. 19.00 Við Gjógv, Gjáargarður, [email protected] 667221/297221

15/07 kl. 19.00 Tjørnu-vík, skúlin, [email protected], 667221/297221

16/07 kl 19.00 San-di, Listasavnið, [email protected], 211924

Spurningar um spælistað, atgongumerki o.a. kunna eisini sendast til: [email protected]

Spørgsmål om spille-sted, billetter o.a. kan også sendest til: [email protected]

Fríggjadagin 4. Juli stóð Janus Joensen, úr Klaksvík, prógv sum Norskur klassa 1. Offshore kavari á kavaraskúla sunnanfyri Oslo, í Noregi. Talan er um umfatandi út-búgving sum bæđi lættur og tungur kavari niđur á 50 metra dýpiđ, viđ luft og NITROX sum andingarevniđ, innan offshore kavara-vinnuna.

Minningarorð um Tórfríð Joensenf. 01.10.1943 – d. 20.04.2014.

”SY NDEFA LDET - EN HISTORIE OMET V IRK ELIG GODT MENNESK E”

PrógvFríggjadagin 1. august giftast Guðrun Rajani Hansen, Hoyvík, ogJohn Hammer, Klaksvík. Víglsan verður í Betesda, Klaksvík, kl. 12. Eftir vígsluna verður móttøka,har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum.

Brúdleyp

Page 10: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201410

Ø K JA A LMENN A R A KSTURIN V IÐ AT PÍN A , T Ý N A OG TRÝ N A FISK I V INNUN AHvørki Klaksvík ella hini økini uttanfyri høvuðs-staðin kunnu bara í líka-sælu framhaldandi fara eftir hæli. Týðilig tekin eru um at flyta meiri kapital úr framleiðsluøkjunum inn til høvuðsstaðin.

Veit at hendan yvir-skriftin kann kennast heldur áleypandi í fyrstu syftu, men er tó ikki mei-ri áleypandi enn áhaldandi og álvarsliga trýstið, sum nú verður lagt á okkara primeru vinnu og soleiðis eisini sekunderu, fyri at fáa ískoyti til øktan almennan rakstur.

Hetta, saman við øðrum átøkum eitt nú tunnilsgjøl-dum, eru týðilig tekin um at flyta kapital frá framle-iðsluøkjunum til høvuðs-staðin.

Hyggja vit fyrst at til-feingisgjøldum, sum bús-kapafrøðingar og politiski myndugleikin hava sett sær fyri at fáa til høldar til al-mennan rakstur, vísir het-ta greiðan kapitalflutning frá landsøkjunum inn til høvuðsstaðin.

Vinnan og kommunur missa – landið færÚtrokningar vísa m.a., at Norðoyggjar, Eysturoy, Norðstreymoy, Vágar og Suðuroy í 2013 rindaðu tilfeingisgjaldið - stívliga 136 mió. krónur - har stør-sti parturin aftur verður brúktur í høvuðsstaðnum til hægri almennan rakstur. Vinnan, sjómenn og kom-munurnar missa og landið

fær!

Forðandi tunnilgjøldHyggja vit víðari at tunnil-sgjøldunum, har sambandið Vágar/Føroyar og Norðoyg-gjar/Føroyar eru einastu økir í landinum, sum eru áløgd at gjalda bummgjøld fyri at fáa hesar vegagerðir framdar. Ein serskipan, sum varð gjørd. Avgjørt varð, at tá lánini vóru aftur-

goldin við bummgjøldum, skuldu tunlarnir ókeypis verða latnar landinum.

Landið setti 160,4 mió. krónur í Vágatunnilin, sum kostaði 280 mió. krónur og setti 235 mió. krónur í Norðoyatunnilin, sum kostaði 395 mió. krónur – Restin skuldi gjaldast við bummpeningi, sum var ei-nasta loysn, sum tá kundi fáast.

Aftur her, eru tað ávísir landspolitikarar í høvuðs-staðnum, sum fyri tað fyr-sta andøvdu ímóti at hesir tunlar skuldu gerast, nú ikki góðtaka hesa avtalu, sum alla tíðina lá í korti-num. Nú vilja hesir, at bum-mpeninga-forðingarnar eisini skulu galda fyri tað, sum landið átti at gjalda!

Familjurnar flyta viðHetta eru bert tvey dømi um flutning av kapitali, sum fyri tað allarmesta er skapt í økjunum, skal nú flytast inn til høvuðsstaðin.

Alt hetta hevur við sær, sum Ugebrevet A4 tekur til: “Hvørja ferð vit centra-lisera (til høvuðsstaðin,un-dirr.), flyta vit familjurnar eisini”. Her er serliga talan um ungu familjurnar.

Tað hevur – ov veikt - ve-rið “rópt vagt i gevær”, men nú er neyðugt sum ongantíð at vísa á køvandi økini, sum enn standa sterk bara orsa-ka av privatum íløgum og tess arbeiðsplássum, sum søguliga onkuntíð hava ve-rið sera svikalig.

Hvat sigur borgarin,

kommunu- og landspoliti-karin til, at almenni raks-turin, sum ongantíð fyrr verður øktur í stórum, við at pína, týna og trýna fiski-vinnuna úti í økjunum, sum tó enn nøkulunda hevur yvirlivað?

Tann sum ikki sær dimm skýggj úti í sjónarringinum fyri økini, í øllum førum komandi fimm til tíggju árini, er “óforbetriligur op-timistur”!

---Tó nøkur ljós dømi sum

styrkti synergieffektina í føroyskum íløgum. Hesi geva samfelagnum og økju-num nakað veruligt:

- at Miðsnámsskúlarnir komu í Kambsdali

- at Klaksvíkar Tekniski skúli – meira enn 60 ár á baki - kom og varð útbyg-dur

- at Miðnámsskúlin og Heilsuskúlin komu í Suðuroy

- at Klaksvíkar sjúkrahús, hóast tað ikki fekk frið at virka, kortini virkar so væl.

---

- Tað verða 85 ungdómar sum komandi vikurnar fara at taka lut í átaki-num Ung í arbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu og tað er met, sigur Jóhann Lützen, formaður í Triv-naðarnevndini Børn & Ung.

- Tey ungu skulu arbeiða 27 tímar um vikuna í tvær vikur. Ung í arbeiði áta-

kið er frá viku 28 til og við viku 33. Tað verður í høvuðsheitum skipað í tri-mum tíðarskeiðum. Hetta merkir at tey ungu verða býtt í tríggjar bólkar, sum byrja at arbeiða í ávíkavist viku 28, 30 og 32.

- Tað verður spenn-andi at síggja hvussu tað fer at gangast í ár. Størsta verkætlanin er gøtan út á Borðoyarnesháls. Harum-

framt fara tey ungu at ar-beiða á ymsu stovnunum hjá kommununi. Eitt nú fara tey ungu at arbeiða á dagstovnunum, har tey fara at verða um børnini. Á ve-gadeildini fara eisini fleiri ungdómar at arbeiða.

- Ung í arbeiði er eitt gott tilboð til okkara ungu og samstundis er tað eisi-ni gott fyri kommununa. Umframt at tey ungu vinna

sær nøkur oyru í summar-feriunni, so vóna vit, at tey ígjøgnum arbeiði og uppli-vingarnar í summar fara at gerast góð við tey støð har tey hava arbeitt.

- Játtanin til Ung í arbeiði 2014 er kr. 500.000. Tað eru ikki áður avsett so nógv til Ung í arbeiði, og tað hava ikki verið so nógv ung við í hesum tilboði áður.

Tá freistin at søkja var

úti, høvdu 127 ungdómar givið teirra áhuga til ken-nar. Játtanin røkkur bert til 85 ung og eiga vit tískil at hava hetta í huganum tá fíg-gjarætlanin fyri 2015 skal leggjast.

Sum ein liður í at vekja størri ans fyri býlinginum kring Klaksvíksgarðin, verður í summar á fyrsta sinni skipaður ein vinnu- og mentanarmarknaður í Klaksvíksgarðinum.

26.juli Marknaðardagur í KlaksvíksgarðinumÁtakið er eitt samstarv millum handlar, stovnar og listafólk í býlinginum

kring Klaksvíksgarðin. Á skránni verður tónleikur, framsýning og grilling. (Meir verður at frætta sein-ri).

Summar í Spaniastovu

Sjónleikur 9.juli kl 15 - SYNDEFAL-DET - en historien om et virkelig godt menneske

Frásøgn eftir William

Heinesen framborin av sjónleikarinnunum Mari-tu Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen við livandi tónleiki eftir Tine Surel Lange.

SUMMARTÓNAR 11.juli kl 21 - AL-

DUBÁRANJóhan Hentze, trompet, Páll Sólstein, horn, Andras Ol-sen, trombone.

Teir framføra tónleik ef-tir : Atla Petersen.

25.juli kl 21 FROST-FELT

Líggjas Olsen, sang og piano.

Framførir egin løg. 1.august kl 21 Konsert

við Ernst Sondum Dals-

gaarð, tenor, Páll Sólstein, horn,

Søren Johannesen, pia-

no, Agnar Lamhauge, bas. Teir framføra tónleik ef-

tir : Patursson, Sólstein,

Lamhauge, Gerswin, Por-ter,

Howard, Berlin, Strauss, Tosti, Britten

Framsýning á sjómanna-degnumSjómannadagin hevur An-ker Eli Mortensen framsý-

ning í Spanaistovu.

Norðoya Fornminnasavn í summarNorðoya Fornminnasavn hevur opið hvønn dag frá kl 13-16. Her er høvið at vitja Gamla Apoteki og framsý-ningina við lutum og myn-dum frá gerandisdegnum í gomlum døgum.

UNG Í A RBEIÐI SE T T ME T Í Á R

TILTØ K Í SPA NI ASTOV U OG Í OG K RING K L A KSV ÍKSG A RÐIN

Page 11: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 11

L E I Ð A R I N

P/f Eystur- og Sandoyartunlar sóknast eftir stjóra. Stjórin fyri felagið skal - við til -vísing til nevnd felagsins - standa á odda fyri nevndu verk ætlanum, og stjórin hevur ábyrgdina av, at nevndu verk -ætlanir kunnu útinnast sam-svarandi tí endamáli, sum felagið hevur, og samsvar andi teimum samtyktum, sum nevndin fyri felagið hevur ásett. Stjórin skal somuleiðis saman við nevndini skapa grundarlag fyri, at felagið kann gjøgnumføra nevndu verkætlanir á tryggum fíggjarligum grundarlagi. Tú hevur fyrimun, um tú hevur

gott innlit í fíggjarviðurskifti og kunnleika til byggivinnu. Tað er eisini umráðandi, at tú hevur leiðsluroyndir og við-komandi arbeiðsroyndir, og at tú ert útbúgvin á hóskandi stigi. Fram um alt vænta vit, at tú ert ein góður leiðari. Tú dugir væl at samstarva, ert opin og erligur og torir at vísa starvsfólki álit og at geva teimum ábyrgd. Virksemi felagsins skal byggjast upp av nýggjum. Um tú vilt taka við avbjóðingini at ganga fremst, eisini á ótroddum leiðum, ert tú vælkomin at søkja starvið. Tú fært løn sambært avtalu.

STJÓRI TIL P/F EYSTUR- OG SANDOYARTUNLAR

P/f Eystur- og Sandoyartunlar er eitt nýstovnað felag, hvørs endamál er at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoynna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna.

Umsóknir við prógvum og viðmælum skulu sendast til:

P/f Eystur- og SandoyartunlarPostboks 6100 TórshavnMerkt: Stjóri til P/f Eystur- og Sandoyartunlar Umsóknin kann eisini sendast umvegis teldupost til [email protected]. Freistin at søkja er mánadagin 8. august 2014, kl. 16.00. Vilt tú vita meira um stjórastarvið í P/f Eystur- og Sandoyartunlar, áðrenn tú søkir, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til:

Bergur Poulsen, nevndarformannTlf. +298 210172T-postur: [email protected]

TøkkHjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra mamma,

vermamma, omma, langomma og systir okkara

Asta VilhelmKlaksvík

Andaðist og varð jarðað

Tøkk til tykkum sum vitjaðu hana. Tøkk til He-imahjálpina, til Búðatrøð og til tykkum í Niðri-

stovu. Tøkk til Magnus Brah Jørgensen og Hanus á Gørðum fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til

kirkjutænarar, organist, , berarar, forsangarar á grøvini og gravarar. Tøkk til tykkum øll, sum bak-aðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur til Christians kirkju-na. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til

hennara seinasta hvíldarstað.

Familjuna vegnaAtli og Jensa

16. juli ferð Norðlýsið í summarfrí

Hetta er seinasta blaðið áðrenn summarfrítíðina og meðan vit eru í feriu verður einans heimasíðan dagførd. Í samband við at Kópakonan verður avdúka í Mikladalið fríggjadagin 1. August gera vit eitt serblað í hvørt hús mikudagin 30. Juli. Seinasta freist at koma við tilfarið er nú fríggjadagin.

Vit byrjað aftur sum vanligt mánadagin 11. August og fyrsta blaðið er eisini í hvørt hús í landinum í samband við Føroya Sjómannadag sum verður leygardagin 23. August, og er deadline til tað blaðið er týsdagin 12.august.

Við hesum fáu orðum ynskja vit øllum eina góða summarferiu.

Page 12: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201412

P.O. Box 3051 · Nóatún 1FO-110 TórshavnFaroe Islands

Tel +298 35 39 [email protected]

Starvið fevnir um matgerð, proviantering, reingerð v.m.

Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

SetanartreytirStarvið er lønt í 5. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

UmsóknirSkrivligar umsóknir við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 21. juli 2014.

Umsóknirnar skulu sendast til:

Havstovan Nóatún 1 P.O. Box 3051 FO-110 Tórshavn

ella e-post: [email protected]

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða, reiðara, á tlf. 35 39 00 ella e-post: [email protected]

Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.hav.fo

H a vs t ova n s ø ki r e f t i rko k ki

Søkt verður eftir kokki til Magnus Heinason at byrja skjótast gjørligt.

Lýsing av Magnus HeinasonR/S Magnus Heinason

Tórshavn TN 407

OW 2252 Bygdur í Tomrefjord, Noreg í 1978

Skipaslag: Havrannsóknarskip

Kunngerð Innangarðsútskiftingin

Depil fyri Norðan

Petur Nielsen,útskiftingarformaður

Umhvørvisstovan, Traðagøta 38Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400

[email protected] · www.us.fo

Útskiftingarnevndin fyri Depil hevur viðgjørt viðmerkingarnar um góðskumetingina av jørðini. Nevndin staðfesti metingina, ið varð framløgd á útskiftingarfundinum á Fossá-nesi 31. oktober 2013 við hesari broyting: matr. nr. 63f, velti parturin verður broyttur til 35%.

Eftir § 51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting við seinni broytingum verður góðskumetingin latin serskild til ákæru.Kort og eigaralistar liggja frammi á kommunuskrivstovuni í Hvannasundi og á Umhvørvisstovuni. Dagført metkort er at finna á us.fo.

Kærufreistin er 3 mánaðir frá 9. juli 2014 at rokna. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C. Pløyensgøta 1, postboks 28, 110 Tórshavn. Kærur skulu vera Sorin-skrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 9. oktober 2014.

Eigarar hava enn møguleika at seta fram ynski um, hvar teir vilja hava jørð sína lagda. Ynskini skulu sendast til Umhvørvis stovuni og stílast til útskift ingar nevndina.

Grundøkið í Klaksvíktil sølu

Um hóskandi boð fæst, er grundøkið Undir Hálsi 19 til sølu.

Matr.nr. 247 D1262 kvm. til støddar. Við íbinding.

Um áhugi er, ring tlf. 553939 ella 583939

13 juliChristianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.

Viðareiði kl.11.00 Marjun Lómaklett

20 juliChristianskirkjan kl.11.00

Marjun Lómaklett Talvan gongur fyri

Sjómansmissiónina hjá

Kirkjuligu Heimamissiónini

27 juli Christianskirkjan kl.11.00

Hanus á Gørðum Hvannasund kl.12.10

Hanus á GørðumHúsar kl.11.00

Marjun Lómaklett Mikladalur kl.12.15 Marjun Lómaklett

Gamalt/Nýtt í KlaksvíkNógv spennandi vøra er komin út Danmark

Vælkomin í Gamalt/NýttKlaksvíksvegur 68

Timburvindeyga til sølu Eitt stk. hvíttmálað

timburvindeyga, klætt við svartlakkerað aluminium.

Stødd 1188x1188mm. Vindeygað er óbrúkt..

Áhugað kunnu ringja áTlf. 743147

Teoriskeið til søluVirði 1500,- kr. Verður selt

fyri 1.000 kr.Áhugað kunnu ringja á

Tlf. 743147 Hús í Kunoy til søluHúsini á Kunoyargøtu 29 í Kunoy verða seld

um hóskandi boð fæst.Ovara hæddin: stova, køkur, gongd,

millum gongd wc, wc við brúsu, vaskirúm, sovikamar, kamar og hjallur

Kjallarin: durur, trappugongd, kamar, stova, wc við brúsu og baðikar, kjallarrúm, garaga

og fyrrúm.

Húsini eru 120 m2 og eru frá 2007, eru væl isoleraðiog eru tí økonomisk í oljubrúki.

Vindeygu og úthurðar eru úr plastik frá H-dygd.Eru eisini vælegnaði sum summarhús.

Ring 27 68 89

Guðstænastur í Norðoyggjum í juli

Page 13: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201414

“Netbankin Tablet gevur mær frælsi og tíð til at gera tað, sum eg havi bestan hug til.” - Bjørk Herup Olsen, rennari

Avgreið tíni fíggjarligu viðurskifti - uttan mun til tíð og stað. Netbankin Tablet

er tann sami sum netbankin á telduni, uttan nakrar fáar funkur.

Netbankin Tablet riggar við iPad og Android teldlum, og er ókeypis at stovna og hava.

Netbankin Tablet er komin Eik Banki P/FTel. 348000

www.eik.fo

Page 15: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201416

Klaksvíkar Handils-felag setur nú hol í sjóg-vin og roynir nýggjar le-iðir. Leygardagin verður eitt stórt ”Familju-ball” í Klaksvík har Baðilandi og Svimjuhøllin lata upp eftir umfatandi umbyggingar, samstundis sum fólk allan leygardagin kunnu koy-ra ókeypis til Klaksvíkar og millum kl. 18 og kl. 21 sleppa ókeypis úr Klaksvík og gjøgnum Norðoyatun-nilin. Handlarnir hava opið til kl. 20 og tey mongu ma-tarstøðini og cafirnar hava sjálvandi opið til seint út á kvøldið.

Eftir fundarvirkse-mið millum handilsfólk í Klaksvík á Norðlýsinum varð Klaksvíkar Handils-felag umskipað har m.a. Norðoya Kunningarstova hevur samskipandi leik-lutin í felagnum.

Keypa tunnilistímarEftir samráðingar við le-iðsluna í Norðoyatunnli-num var avgjørt at gera eina roynd har Klaksvíkar Kommuna og Klaksvíkar Handilsfelag keyptu tríg-gjar tímar frá Norðoya-tunnlinum.

Tað er altíð ókeypis at koyra til norðoyggjar gjøg-num Norðoyatunnilin, tí gjaldstøðirnar krevja bert

gjald tá koyrt verður úr Norðoyggjum inn í Eys-turoy, men leygardagin 12. juli frá kl. 18:00 til kl. 21:00 verður ókeypis at koyra úr Klaksvík og gjøgnum Norðoyatunnilin

Handlarnir í Klaksvík ynskja at halda dagin tá baðilandið í Klaksvíkar Svimjuhøll letur upp aft-ur. Handlarnir hava tí opið til kl. 20 og til ber hjá øl-

lum føroyingum at koyra ókeypis til Klaksvíkar allan leygardagin – og ókeypis úr Klaksvík millum kl. 18 –kl. 21 leygarkvøldið.

Lagt fleiri ætlanirNevndin í Handilsfelagnum hevur lagt ymiskar ætlanir fyri veturin m.a. er ætlanin at hava ein áhugaverdan al-mennan fund í september mánaða saman við Norðo-

ya Vinnulívsráð og arbeitt verður hart við at jólini í ár verða heilt serlig í Klaks-vík.

Øll sum ynskja at vit mei-ra um Klaksvíkar Handils-felag ella sum eisini ynskja at gerast limir í Klaksvíkar Handilsfelag eru vælkomin at ringja til Norðoya Kun-ningarstovu tlf. 456285

Limir í felagnum eru sjálvandi við til regluligu

kaffi fundirnar á Norðlý-sinum har hugskot, ætlanir og eftirmetingar eru og eingin handil er ov lítið ella ov stórur at verða við í sam-starvinum.

Klaksvíkar Handilsfelag bjóðar øllum til stórt ”fa-milju-ball” í Klaksvík leygardagin og vóna vit at fólk gera sær stundir til at vitja baðiland, handlar,

cafe, matstovur og vinir og kenningar.

Okkara partur skal ikki liggja eftir at geva øllum ein góðan dag í Klaksvík.

Klaksvíkar Handilsfelag

”FAMIL JU-BALL” Í KL AKSVÍK

Klaksvíkingin hevur á mongum økjum gingið undan, soleiðis eisini við svimjingini. Í 1906 varð fyrsti svimjihylurin í Før-oyum bygdur, tað var úti-svimjihylurin úti í Grøv. Hetta var áðrenn Klaks-víkar kommuna varð sett á stovn. Har mong av okkum ið nú liva, og sum undan okkum eru farin, hava lært at svimja. Í 1974 lat Klaks-víkar kommununa byggja eina nútímans svimjihøll, sum tann fyrsta av sínum slagi, og havi vit ment nóg-vir góðir svimjarar til dagin í dag.

Svimjihøllin í Klaks-vík, sum hevur verið undir um- og útbygging seinastu mánaðirnir, er nú klár at taka í nýtslu. Gott við góðum kreftum og aktivum svimjaranum, sum vit í Klaksvík hava notið gott av. Er tørvurin til staðar,

koma eisini krøvini og er hetta ein betran til tykkum sum gera nýtslu av svimji-høllini, bæði til vælveru, frítíðarítriv og kappingar. Svimjihøllin í Klaksvík he-vur seinasti árini verið væl vitjað, og er eitt gott brand fyri býin. Nú fáa allir Før-oyingar høvi at koma í eina svimjihøll, har karmarnir eru vorðnir enn betri, nýggj móttøkuhølir, nýggj skift-ingarrúm og eisini verður

høvi til kropsliga venjing.Badmintonhøllin fær nú

nýtt tak. Nú summari er í nánd verður farið undir te-kjuna á badmintonhøllini. Høllin sum varð bygd 2007, hevur verið til gleði og gagn fyri borgararnir her í bý-num. ítróttar feløgini hava gjørt nógv brúk av høllini, eisini hava onnur feløg og samkomur gjørt brúk av høllini, til størri tiltøk. Men skulu vit framhaldandi fáa

gleði og gagn av okkara ognum, er neyðugt at røkja tær. Vit hava øll verið vitnir til lekar á tekjuni í hølli-ni, til tíðir trupult at venja og spæla dystir, so hendan umvælingin er kærkomin. Ymiskt hevur verið uppi og vent, hvussu vit skula umvæla, leggja omaná, ella fáa tett lekarnar innan ífrá. Støða er nú tikin; vit skula hava ta bestu loysnina, vit skifta alla tekjuna út. Ef-tir ætlan skal umvælingin verða liðug í august 2014.

Rennibreytin er eisini komin á dagsskránna og hevur, í eina tíð, verið sam-skift við eigarar um keyp av lendinum, har ynski er um at rennibreytin skal lig-gja. Tað tekur langa tíð at fáa ognarviðurskiftini uppá pláss og eisini má kannast, hvussu lendi er skikka til endamálið. Í Klaksvík er tað vorið ein býarmynd at

síggja fólk renna, bæði sum einstaklingar og í bólkum, so vónandi verða lendis- viðurskiftini komin í ræt-tlag í verðandi árið, so vit framhaldandi kunnu nær-kast eini rennibreyt, innan alt ov langa tíð.

Út- og umbyggingin av samanlagda skúlanum í Klaksvík. Nú skúlarnir í Klaksvík eru lagdir í eina felags leiðslu, eru vit klár til nýbygging av verðandi Zi-skatrø skúlanum. Býráðið samtykti 19. juni at vit sku-la byggja verðandi skúla út, til framtíðar krøv og fakliga dygdir. Vit byggja ein skúla, sum kann rúma einum fólkavøkstri koman-di árini og vit byggja ein skúla, sum lýkur øll fakligu og pedagogisku krøvini.

2018 eru vónir um at 1. Byggistig, sum verður bygt saman við verðan-di Ósáskúlanum, stendur

liðugt. Tá kunnu vit fegnast um ein rúmligan skúla, har vítt er til veggja og høgt til lofti, vit fara at kunna bjóða øllum næmingum frá 1. til 9. Flokk og serskúlanum, sum hevur næmingar við serligum tørvi, eitt eins gott skúlatilboð.

Hetta eru nakrar av av-gerðunum, vit hava sett í verk seinasta árið, í vón um at hetta er til gagn og gleði fyri okkara fólk og bý.

Nú summarið, við hita og gróðri, er komið, eiga vit í felag at fegnast um tær góðu umstøður okkara býur hevur at bjóða, og tær verkætlanir sum eru settar á skinnaran.

Vil ynskja øllum eitt gott summar!

Signhild V. Johannesen, forkvinna mentanar-nevnd Klaksvíkar býráðs.

NÚ ER SUMM A R Í K L A KSV ÍK !

Page 17: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 17

Tað verður stórt ball í Klaksvík allan leygar-dagin, í sam-band við at svimjuhøllin letur upp kl. 11. Handlar-nir í Klaksvík halda langan leygardag og hava opið til kl. 20 og dagurin byrjar longu kl. 10 um morgunin við móttøku í svimjuhøllini.

Torkil Mørkøre, leiðari fyri Klaksvíkar Svimju-høll sigur at kl. 10 leygar-morgunin er móttøka í svimjuhøllini har forkvin-nan í mentunarnevndini, Signhild Jóhannesen, sigur nøkur orð og varaborgar-stjórðin eisini sigur nøkur orð og tekur svimjuhøllina alment í nýtslu.

Síðani verður okkurt ábit

meðan høllin verður sýnd fram og kl. 11 letur høllin upp fyri almenninginum.

- Tað eru sera nógv fólk sum brúka Svimjuhøllina í Klaksvík. Í 2013 høvdu vit umleið 70.000 vitjandi sum keyptu atgongume-ri og afturat hesum koma so skúlarnir sum dagliga brúka høllina og Ægir og onnur Ítróttarfeløg, so sam-laðu vitjanartølini liggja væl oman fyri 100.000.

- Tí var tað ein ógvuslig avgerð at stongja høllina í oktober mánaða, men tað var neyðugt og vit eru sera fegin um at arbeiði hevur gingið sera væl har byggitíðin og kostnaðaræt-lan heldur. Arbeiði var upprunaliga deilt í byggi-

stig har tað fyrsta skuldi verða í 2013, tað næsta skuldi verða í 2014 og so seinasta byggistig skuldi fremjast í 2015.

- Men avgjørt varð at flyta 3. Byggistig fram og hetta hevur ført við sæt at undirveitarar hava verið noyddir at tillagað seg nýg-gju tíðarætlanina og hetta merkir at alt er framvegis ikki liðugt. Tí vantar nógv enn og tað kemur uppá pláss seinri í vetur.

- Øll umklæðingardeil-din er nú um at verða liðug, men nú hevur høllin verið stongd í 8 mánaðar og vit hildu tað ikki verða rætt at høllin var stongd alt sum-mar meðan børnini hava summarfrí. Vit hava eisini

merkt at fólk hava sakna svimjihøllina og tað hevur verið ofta spurt eftir nær hon letur upp – so vit hava arbeitt undir trýsti.

Avrikið higartilTorkil Mørkøre greiður frá at arbeiði sum higartil er gjørt er ein fullkomiliga nýggj umklæðingardeild og brúsudeild við sauna. Harafturat er nýggj Café og harafturat er onnur nýggj økir bygt sum wc, skrivstovua og felagsrúm.

- Nýggja fitness-deildin er ikki liðug enn og hesin parturin verður tikin í brúk í september.

- Við nýggju umstøðu-num er ætlanin at broyta upplatingartíðirnar soleiðis

at høllin ferð at hava longri opið og harafturat verður alt virksemið í svimjuhølli-ni samskipað soleiðis at tað fellur betur saman við virk-seminum í ítróttarhallunum soleiðis at svimjing, venjing og fitness virkar sum ein eind.

- Vit fara harafturat at taka eina meira framkom-na gjaldsskipan í brúk sum fer at gera tað lættari at umsita. Vit ætlað at rota at satsa meira uppá svimjing fyri vaksin og pensjónistar um morgunin so tað er við stórum forvantiningum at vit lata dyrnar upp aftur leygardagin.

Nógv gjørt burtur úrleygardagin

Svimjuhøllin letur upp kl. 11 leygarmorguni (móttøka kl.10) og sum skilst verður nógv gjørt burtur úr har ma. Stóri høgguslokkurin verður í stóra hylil.

Arbeiði sum er gjørt hi-gartil kostar góðar 10 mió. kr.

Allan leygardagun er ókeypis at koyra til Klaks-víkar gjøgnum Norðoya-tunnilin, og frá kl. 18 til kl. 21 er ókeypis at koyra úr Klaksvík gjøgnum Norðo-yatunnilin.

Klaksvíkar Handilsfelag heldur langan leygardag har handlarnir hava opið til kl. 20.

BAÐIL ANDI & SVIMJUH Ø LLIN LETUR UPP LE YGARDAGIN

Page 18: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201418

SkeiðsDepilin

www.sd.foSkeiðsDepilin Janusargøta 1 | Postboks 3239 | FO-110 Tórshavn | Tel 318813 | [email protected]

Eftir- og víðariútbúgvingá Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla

Skeiðsdepilin, sum nú hevur 13 ár á baki, er í dag ein hin størsti skeiðs útbjóðarin í Føroyum. Vit hava Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn. Á Føroya

Handilsskúla á Kambsdali kunnu vit hava skeið fyri Eysturoynna og Norðoyggjar. Eftir tørvi hava vit eisini skeið í Suðuroynni og í Vágum.Vit veita útbúgving á fýra ymiskum økjum:

� Leiðslumenning � Almenn fyrisiting

� Merkantila økið � Tekniska økið Les meira á sd.fo

Prosjektleiðaraskeið08.SEPT. 2014 – 02.DES. 2014Á fl estu stovnum og fyritøkum verða uppgávur í alt størri mun skipaðar sum verkætlanir, tí er umráðandi, at leiðarar og lyklastarvsfólk duga projektleiðslu.

Skeiðið er skipað sum 5 modul:

� Prosjektleiðsla - eitt fyriskipanarligt (organisatorisk) sjónarmið

� Prosjektfyrireiking � Prosjektstýring � Praktisk lýsing av prosjektum � Luttakaraprosjekt

Navisionskeið fyri bókhaldarar (NAV 2013 útgávan)10. OG 11. SEPT 2014Nógv nýtt er hent í nýggjastu útgávuni av Navision. Til dømis er øll brúkara fl atan (skermmyndirnar) broytt til eitt meira grafi skt layout og tættari integratión er gjørd til Microsoft amboðini Outlook, Word og Excel. Hetta letur upp fyri nógvum nýggjum hentleikum.

Undirvíst verður við føroyskari uppsetan av skipanini og er sett saman soleiðis, at hon hóskar til allar vanligar føroyskar fyritøkur, og harvið gerst frálæran so veruleika kend og brúkilig sum gjørligt.

Skeiðið fevnir um hesar høvuðspartar, har farið verður í dýpdina innan:

� Fíggjarbókhald � Søla � Keyp � Goymsla

Føroyskt skeið fyri útlendingar17. SEPT. 2014 – 8. APRÌL 2015Skeiði er ætlað øllum, sum hava avmarkaðan førleika í føroyskum, harundir útlendingum í Føroyum.

Endamálið við hesum skeiðnum, er at geva tær eitt grundstøði í føroyskum í lesing, talu og skrift.

Støðið er eitt veruligt byrjunarstøði – einføld orð og setningar – og so hvørt sum førleikin økist, hæðkar støðið stigvíst. Skeiði fevnir um 80 undirvísingartímar og undirvíst verður hvørt mikukvøld frá kl. 17.00 til kl. 20.00

Grundskeið í Sigma23. OG 24. SEPT. 2014Sigma er eitt útrokningar-forrit sum avloysir vanligt rokniark. Sigma gevur tær betri yvirlit og eftirlit og harvið møguleika fyri betri stýring av prosjektum.

Skeiðið vendir sær til byggivinnuna: Arbeiðstakarar, stórir sum smáir, ráðgevarar, byggiharrar, tryggingar-feløg og kommunur v.m. Meira um Sigma kann síggjast inni á: http://codegroup.eu/

Sveisiskeið (3 vikur) sum gevur sertifikatMIÐA VERÐUR EFTIR AT HALDA HETTA SKEIÐI Í HEYST 2014Skeiðið er ætlað fólkið, sum hava royndir innan sveising, men einki sertifi kat. Frítt val millum tig-, mig-, mag-, ella elektrodusveising. Skeiðið endar við sertifi sering í samstarvi við Norsk Veritas.

Alment innlit1 DAGUR Í OKT. 2014, DATO ER ÁVEGISFlestu kærur til Løgtingsins Umboðsmann viðvíkja kærur um alment innlit og málsviðgerð innan almennu umsitingina. Á skeiðnum verður dentur lagdur á hvussu eitt nú áheitanir frá fjølmiðlunum og almenninginum um alment innlit skulu viðgerast. Skeiðið gevur tær eina greiða fatan av lógini um innlit í fyrisitingini.

Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.2 DAGAR Í OKT. 2014, DATO ER ÁVEGIS Flestu kærur til Løgtingsins Umboðsmann viðvíkja kærur um alment innlit og málsviðgerð innan almennu umsitingina. Á skeiðnum verður dentur lagdur á, at málsviðgerðin og avgerðirnar verða skjótari og rættari. Málsviðgerðarreglurnar í fyrisitingarlógini verða gjøgnumgingnar, viðgjørdar og útgreinaðar.

Grundskeið í Autodesk Revit Architecture20.10.2014 – 22.10.2014Hevur tú ætlanir um at førleikamenna teg innan faktekning á teldu, hevur tú møguleika at luttaka á hesum skeiðnum. Skeiðið gevur tær førleikan til at tilrættileggja, broyta og tekna 3 D tekningar við forritinum Autodesk Revit Architecture.

Skeiðið vendir sær til arkitektar, verkfrøðingar v.m. sum arbeiða innan teknistovur og ráðgevandi fyritøkur. Skeiðið er eisini vælegnað til tey sum arbeiða innan byggivinnuna, td. timburmenn, handverkarar, byggimeistarar vm. og annars øðrum áhugaðum.

Víðkað skeið í Autodesk Revit Architecture4. OG 5. NOV. 2014Á hesum skeiðnum verður ein víðka frálæra innan Revit Archtecture, har tú fært eina størri vitan um Revit, við einari gjøllari gjøgnumgongd av funktiónunum í einum BIM modelli. Arbeitt verður við ”familjum” og gerð av teimum.

Skeiðið vendfi r sær til teknistovur, kommunur, arbeiðstakarar, teknikarar, verkfrøðingastovur v.m. Endamálið við skeiðnum er � at blíva betur at arbeiða við Revit � at blíva betur til at skipa BIM � prosjektera lættari og skjótari og � kunna arbeiða saman við øðrum á sama prosjekti

So fært tú rætta førleikan

Page 19: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 19

LÆTT OG BÍLIGT AT AVGREIÐA FÍGGJARVIÐURSKIFTINI Í NORÐOYA SPARIK  ASSA

Norðoya Sparikassi tel. +4570204750

AVGREIÐ FÍGGJARLIGU VIÐURSKIFTINI HJÁ TÆR ALT DØGNIÐ VIÐ NETBANKANUM Ring við Skype – ÓKEYPIS

Við Skype kanst tú lættliga seta teg í samband við okkum uttan at hugsa um telefonrokningina.

Brúkaranavnið er: „Norðoya Sparikassi”.

Sum nakað nýtt kanst tú ringja til danska telefonnummarið hjá Norðoya Sparikassa tel. +4570204750. Tá tú ringir til hetta nummarið, verður tú víðaristillað/ur til móttøkuna í Norðoya Sparikassa. Tú sleppur sostatt undan at hugsa um útreiðslurnar, sum standast av at ringja úr Danmark.Telefonirnar svara í upplatingartíð sparikassans:

Mánadag - fríggjadag kl. 09.30 - 16.00,hósdag kl. 09.30 - 18.00

Netbankin kann brúkast á:• Teldu• Teldili• Fartelefon

Tørvar tær hjálp, ella ynskir tú ráðgeving um eitthvørt, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tað er lætt og bíligt, sama um tú ert í Føroyum ella uttanlands.

Ring á telefon 475000 ella skriva til [email protected].

Page 20: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201420

Klaksvíkar Kommuna roynir at bur-turbeina skøruna. Vit hava nú í tveir mánaðar havt eitt fólk, sum gongur runt í býnum og sproytar á skøruna.

Tað kunnu ganga upp í tvær vikur áðrenn tað sæst á skøruni, at tað er sproyta á hana. Bløðini drekka hetta eitrið í seg, og tað viðførir, at plantan doyr frá rótini av. Tær fyrstu planturnar,

sum fingu eitur, eru um at doyggja nú. Verður sproytað meðan plantan stendur í besta blóma, so verða blómurnar geld-blómur. Tað vil siga, at tær ikki kunnu nørast í tann mun, sum tær annars vildu gjørt.

Trupulleikin er bara nógv størri enn vit hildu. Skøran er bara allastaðni. Bæði inni í býnum, á privatum og al-

mennum stykkjum og er eisini á veg niðan í fjøllini. Hon er á veg niðan á Háls fram við vegjaðaranum. Hon er eisini komin heilt norður til grótbrotið norðuri á Strond.

Tað er eisini ein skøra, ið líkist hesari sera nógv og ikki kastar fræ, men tað er ikki tann, sum vit hava í Klaksvík.

Heitt var á borgararnar um at koma

inn í Miðlan at undirskriva eina váttan, at kommunan kann koma inn á tygara stykkið.

Vit fara enn einaferð at heita á tyk-kum um at gera hetta. Tað er sera um-ráðandi, at vit øll hjálpast at.

Undirritaði váttar, at KK fær loyvi at gera átak á ogn míni til tess at burturbeina skøruna,og at eg onki endurgjald kann krevja frá KK, um annar vøkstur kundi fingið skaða.

Klaksvíkar Kommuna heitir enn einaferð á borgararnar um at undirskriva hesa váttan

Influtt útlendsk (invasive) garðaskøra Alchemilla ’mollis’, sum breiðir seg um alt landiðSoleiðis sær ein vælvaksin skøra út. Her eru blómurnar farnar at hanga.

Soleiðis síggja bløðini út á Garðaskøru. Tey eru uml. 10 cm í ummál, tá tey eru fullvaksin. Tað er Garðaskøran, vit hava í Klaksvík

Hvasstent skøra Alchemilla wichurae (Buser) StefánssonHetta eru bløðini á Hvasstent skøra. Tey líkjast Garðaskøruni, men eru nóg minni.

Sjeyskøra Alchemilla filicaulisHetta eru bløðini á Sjeyskøruni. Tey eru eisini nógv minni enn á Garðaskøruni.Tey líkjast nágreiniliga Garðaskøruni, men hendan plantan nørist ikki so væl.

Vinarliga undirskriva váttanina niðanfyri og latið Klaksvíkar Kommunu hana aftur skjótast møguligt.

Page 21: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 21

SP/F GRAVSTEINAR

Tel. 32 03 70

Fartel. 21 42 70 / 22 59 37

Fax. 321470

[email protected]

Opið er gerandisdagar frá kl. 9-17 og annars eftir avtalu

Gravsteinar í ymiskum sniðum og litum

Page 22: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201422

Túsund ár eru liðin síðan orru-stuna í Klontarf í Írlandi, tá íraher-ur brast saman við víkingar úr Dublin og teirra sameindu. Írar vunnu stórsigur undir leiðslu konganna Brians Boru og Máels Sechnaill og verður roknað sum endin á valdi víkinga á írskari jørð. Írar hava í ár hátíðarhildið hesa merkishen-ding í søgu teirra. Í Føroyum sá Brandur Gneita-son vápnaleikin í eini yvirsjón

Pól á Kletti

Til at granska ta fornu øld:teir bardust á Klontarfs heiðum –framskygdur kallur í Før-

oyum sá,hvussu blóð fleyt á írskum teigum

— J. H. O. Djurhuus: Min-niskvæði um dr. Jákup Ja-kobsen

Búseting í Írlandi hevur røtur langt aftur í steinøld. Um leið 150 f.Kr. komu keltar inn í landið, og írsk mentan gjørdist í grundvøl-

lum sínum keltisk og rann seinni saman við kristindó-minum í eina serstaka írska eind. Eitt serstakt eyðkenni fyri hesa írsku kirkju eru hákrossarnir. Meira enn hálvtannaðhundrað slíkir krossar eru varðveittir í Írlandi. Teir eru frá tíðar-skeiðinum millum 700 og 1200 og eru sólkrossar, prýddir við halgimyndum.

Kirkjur og klostur vórðu bygd, og hesir stovnar vóru

ikki bert halgidómar, men eisini tey lærdómssetur, sum ein blómandi írsk men-tan vaks úr. Úr Onglandi komu studentar at søkja sær lærdóm í írskum klostrum, írskir trúboðarar virkaðu og lærdu inni á meginlandi-num, og nógvir leitaðu sær frið og einsemi í klostrum fram við strondina í Írska Havinum og á óbygdum og fjarum oyggjum fyri norðan, eisini í Føroyum og

Íslandi.Hóast lærdómur og men-

tan stóðu høgt í metum, var Írland veikt og viðbrekið stjórnarliga. Landið hevði onga felags stjórn, men var býtt sundur í ættarból-kar, sum sótu illa um sátt. Hóast roynt varð at bøta um støðuna við at seta fimm yvirkongar yvir størri lan-daøkjum og einum hákongi í Tara yvir teimum aftur, so eydnaðist ikki at fáa írar at standa saman móti teimum fremmandu.

Í írskum árbókum og krýnikum kann lesast um tær fyrstu heidningaatsók-nirnar. Tikið verður til, at »havið spýði flóðir av frem-mandum yvir Erin« (Erin = Írland). Í 830-árunum fóru víkingar at búsetast í Írlan-di og bygdu borgir, og uml. 840 »kom ein stórur kongs-floti undir Turgeis, sum gjørdist kongur yvir øllum fremmandum í Erin«. Hann varð fyrsti kongur í Dývlin (Dublin), sum var høvuðs-setur norðbúgva, og hann legði skatt á írar. Men í 845 fall hann í bardaga við írar. Og bardagar vóru í nógv ár, til Ólavur Hvíti, norskur kongssonur, í 853 kom til Írlands við stórari hermegi, og tað eydnaðist honum at byggja upp eitt norskt ríki við Dublin sum høvuðssæti. Hann gjørdi eisini herferðir eystur um Írska Havið og legði partar av vesturstrond Norðuronglands undir seg.

Tá ið Ólavur Hvíti doyði,

gjørdist bróðirin Ívar kongur eftir hann. Hann doyði sum kristin maður. Synir Ívars løgdu størri partar av Norðuronglan-di undir Dublinarríkið, og rendu saman við danir í Norðimbralandi (Northum-berland). Ívarsættin fekk kongsvaldið har við sæti í Jórvík (York) til 944.

Lítil minniluti kúgarstóran meirlutaÍ 1014 kom tann enda-liga uppgerðin millum norðbúgvar og írar í or-rustuni í Klontarf, sum írar undir hákonginum Briani Boru vunnu. Men tá høvdu teir fremmandu búð leingi í Írlandi; Dublin var vorðin kristin býur, og írar høvdu lært um vápn og krígsførslu frá norðbúgvum.

Í Klontarf høvdu partar-nir barst við somu vápnum, og býirnir, sum teir høvdu grundað, fingu stóran týd-ning fyri írsku samfelags-menningina seinni, í sigling og handli. Eftirkomarar norðbúgva sótu kortini sum kongar í Dublin, heilt til tann enska hertøkan av Ír-landi byrjaði í 1169.

Norðmenn komu í Írlan-di til bygt land og skipað samfeløg. Teir vóru ein lítil minniluti og kundu bert við at kúga tann tann stóra ír-ska meirlutan halda uppi valdi sínum í Írlandi. Teir kundu tí ikki sum aðrastað-ni gerast bøndur og liva av jørðini. Eingin ivi er um, at

VÁPNABRAKIÐ Í KLONTARF K ASTAÐI AF TUR Í FØ ROYUM

Írskur hákrossur. Meira enn hálvtannaðhundrað slíkir krossar eru varðveittir í Írlandi. Teir eru frá tíðarskeiðinum millum 700 og 1200 og eru sólkrossar, prýddir við halgimyn-dum — — Mynd: Facts about Ireland

Page 23: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 23

talan hevur verið um eitt harðrent stýri. Ein írsk kel-da gevur hesa lýsing:

»Kongurin [í Dublin] tók gíslar og veð frá øl-lum, bæði írum og frem-mandum. Hann setti kon-gar og høvdingar, fútar og umsjónarmenn í hvørjum fylki, í hvørjum ríki, og hann tók kongsgjøld. Ja, kúgingin var so hervilig, at har var ein norrønur kongur yvir hvørjum fylki, ein høvdingi yvir hvørjum ættarsamfelagi, ein abba-ti yvir hvørjari kirkju, ein fúti yvir hvørjari bygd, ein hermaður í hvørjum húsi, so at eingin maður í Erin hevði vald til so frægt sum at geva gomlum manni ella vini mjólkina undan kúnni ella eggið undan hønuni, men mátti goyma til tann norrøna fútan ella herman-nin.«

Víkingahøvdingarnir búðu í vardum býum, t.d. teimum, sum í dag eita Dublin, Wexford, Water-ford, Cork og Limerick og livdu har saman við herfyl-gjum og húskjum av handli við meginlandið og írar og av jarðargjøldum.

Írland var tað landið, sum flestu norskir niðursetu-menn valdu at flyta til. Av fremmandum fornlutum, sum funnir eru í Noregi frá hesi tíðini, eru nógvir haðan. Tað er líkt til, at lutir frá tíðini undan 800 yvir-høvur eru rændir; seinni eru teir meira handilsvørur.

Sum fráleið blandaðust norðmenn og írar, og norð-menn tóku við kristnari trúgv. Søguliga kundi tað bert vera ein spurningur um tíð, nær tann norrøni minnilutin hvarv upp í ír-ska fólkið.

Bygdin á OksafløttiKlontarf er gomul strand-arbygd í Írlandi, sum í nýg-gjari tíð er vorðin forstaður til Dublin. Staðið er mest kent frá orrustini í Klon-tarf í 1014, har írsku kon-garnir Brian Boru og Máel Sechnaill vunnu avgerandi

sigur á vikingum í Dublin og teirra sameindu.

Tá orrustan var millum írar og víkingar var Klon-tarf ikki bygt. Fyrstu kendu búsetingarnar hava verið har í tólvtu øld, men kun-nu vera eitt sindur eldri. Írska navnið Cluain Tarbh (Klontarf) merkir »oksaf-løttur«. Ein harragarður og ein lítil bygd vóru her á ei-num hóli; harragarðurin er nú Klontarf Castle Hotel. Hann er umbygdur fleiri ferðir, og meginparturin av núverandi bygninginum er reistur í nítjandu øld. Tor-nið har er bygt í somu øld og er ein eftirgerð av einum eldri torni á eigindóminum. Toftin í nánd er av einari kirkju, bygd miðju seytjan-du øld.

Uttan fyri Klontarf var áður ein oyggj. Tá pest her-jaði har í 1650, flýddu fólk út á oynna, og hon er merkt á korti hjá John Rocques í 1753. Í nítjandu øld komu mong har á sandin og mø-lina at svimja. Havnargerð í Dublin hevði við sær streymskifti, sum hótti oynna, og í eini ódn í 1844 fór hon heilt til grundar.

Á øki 1 fjórðing eystan fyri gomlu bygdina reistu fólk búgv í átjandu øld. Henda niðurseta varð nevnd The Sheds (kroysur-nar). Hetta var fátækra-bygd, her mest útróðar-menn og bøndur búðu. Staðið var kortlagt, men fekk ongantíð egið navn. Tá katólska kirkjan fekk fóta-festi her í nítjandu øld, varð sóknarkirkjan bygd í nýg-gju bygdini, meðan Chu-rch of Ireland varð verandi í gomlu bygdini. Nýggja bygdin mentist, og sum frá-leið gjørdist hon størri enn tann gamla. Tá nítjanda øld var úti, vóru hesar bygdir runnar saman í eitt nýtíðar Kontarf, ið nú bar dám av einum býi.

Klontarf gjørdist sum fráleið væl umtóktur frítíðarstaður hjá múgvandi fólkum í Dublin, men varð skjótt ein forstaður. Og í miðju farnu øld varð Klon-tarf limað inn í Dublin og telur nú upp í teir innaru forstaðirnar.

Ein roynd at sameina írarOrrustan í Klontarf – ei-sini nevnd Briansorrustan

(samb. »Njáls søgu«) – var 23. apríl (langafríggjadag) 1014. Bardagin var mil-lum írskan her úr Munster og Meath undir leiðslu av kongunum Brian Boru og Máel Sechnaill og víkingarher úr Leinster, Dublin, Orknoyggjum og Man. Tilburðurin er ein av teim kendastu í írskari søgu.

Orrustan endaði við stórsigri til Brian Boru og Máel Sechnaill, men Brian fall. Seinni í tíðini er orru-stan ofta lýst sum eitt átak at sameina írar ímóti valdi norðbúgva á írskari jørð, og roknað sum eitt álop, ið gjørdi enda á hesum valdi í Írlandi.

Í minniskvæði um Jákup doktara Jakobsen nevnir skaldið J. H. O. Djurhuus orrustuna í fimta ørindi, ið endurgivið er her framma-nundan. Yrkingin, ið byr-jar við regluni »Mangur fór mætur av landi út« er í fjúrtan ørindum fyrstu ferð prentað í Tingakrossi 25. juli 1929 og hevur síðan fingið innivist í »Songbók Føroya Fólks«.

J. H. O. Djurhuus hevði

hetta sama árið í Keyp-mannahavn hitt ungan før-oyskan student, sum ikki visti hvør Jákup Jakobsen var. Tí varð hetta kvæði yrkt Jákupi Jakobsen til minnis. Ørindini 5-10 sipa til gransking hansara av norrønum staðarnøvnum, har víkingar høvdu búsett seg. Lagið er tað sama sum til »Upp at stríðast, skort-landsmenn«.

Ymisk jartekin vóru í sambandi við orrustuna í Klontarf; t.e. fyriboðanir. Í minniskvæðinum um Jákup Jakobsen letur J. H. O. Djurhuus vápnabrakið í Klontarf kasta aftur í Før-oyum, her ein framsíggin kallur sá, »hvussu blóð fleyt á írskum teigum«; í »Njáls søgu« eitur hesin føroyingur Brandur Gnei-tason.

Brian Boru hevði í 1010 tikið seg fram í fleiri landslutum í Írlandi. Men valdið var tó framvegis í mestan mun avmarkað til egna landspart hansa-ra Munster. Hann hevði vunnið heitið hákongur frá Máel Sechnaill í 1002, men í stjórnartíð Brians

tykist tað sum at Máel Se-chnaill, sum framvegis var yvirkongur í Meath, meira er ein samgongufelagi enn kappingarneyti.

Máelmorda mac Mur-chada kongur í Leinster var farin í part við norrøna kongadømið Dublin í up-preistri tess móti Briani í 998 og tapti í bardaganum við Glen Mana árið eftir.

Í 1012 gjørdi Máelmorda aftur uppreistur saman við Sigtryggi Silkiskegg kongi í Dublin. Og í 1014 brast herurin hjá Sigtryggi og Máelmorda saman við her-in hjá Briani Boru og Máel Sechnaill í Klontarf.

Drúgv orrusta,stórt mannfallÍ fylkingini hjá Briani Boru vóru hermenn úr Mun-ster, men eisini deildir úr Coinnacht og Marr. Yngri heimildir siga, at Máel Se-chnaill úr Meath læt nakrar av sínum hermonnum fara upp í fylkingina, men at hesir tóku seg aftur, tá bar-dagin brast á.

Men sannlíkt er tó, at Máel Sechnaill og hermenn úr Meath vóru við í barda-

Brian hákongur (hm) møtir við krossmerki á lofti víkingafylkingini í Klontarf 23. apríl 1014. Tó at hann fell í orrustuni, vann fylking hansara stórsigur á víkingum og gjørdi enda á valdi teirra á írskari jørð — — Mynd: Facts about Ireland

Gjølla verður sagt frá Klontarfsorrustuni í írsku krýnikuni »Cogadh Gaedhil re Gallaibh« (bardagi íra mót teim fremmandu) frá uml. 1103-1111 — — Mynd: Facts about Ireland

Klontarfsborgin, varmerki Klontarfsbúgva. Borgin er fram gjøgnum øldirnar fleiri ferðir umbygd og er í dag gistingarhús — — Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Page 24: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201424

ganum. Og sannlíkt er eisi-ni at í fylkingini vóru har-aftrat hermenn úr norrønu niðursetunum í Limerick og Waterford, har Brian kongur um hetta mundið hevði ræðið. Aðrar keldur vilja vera við, at eisini deil-dir av Man vóru í parti við Briani, men tað er heldur ivasamt.

Hin herfylkingin var eftir øllum at døma í mesta mun mannað við fólki úr Lein-ster undir leiðslu av Máel-morda. Haraftrat vóru deil-dir úr Dublin undir leiðslu av Sygtryggi Silkiskegg, deildir úr Orknoyum un-dir leiðslu av Sigurði jalli Loðvinssyni Digra og skip og menn av Man undir le-iðslu av Bróðiri. (Bróðir og Óspakur á Man vóru dans-kir brøður og oddamenn í víkingaliðinum á Man og í Írlandi í ellivtu øld.)

Írskar árbøkur lýsa hesar sum menn úr Leinster og fremmandar (»gaill«) úr Áth Cliath (Dublin) og Lo-chlainne. Síðan 1200-ári-ni hevði Lochlainne verið nýtt sum heiti á Noregi ella Skandinavia. Donnchadh O’Corrain, fyrrverandi pro-fessari í írskari miðaldar-søgu í University College Cork, førir fram sannfør-andi prógv fyri, at hetta heiti í miðøld varð nýtt um norrøna ríkið í Skotlandi og oyggjunum uttanfyri.

Aðrar nýggjari keldur up-plýsa, at Siggtryggur ikki sjálvur var við í bardaga-num, men var staddur han-dan borgarmúrar Dublinar. Hetta er neyvan sannlíkt. Helst er henda søgan íspun-nin av, at Sigtryggur var tann einasti av oddamon-nunum í tapandi hópinum, sum slapp við lívinum

Orrustan var drúgv og hevði við sær stórt mann-fall í báðum fylkingum. Ymisku árbøkurnar nevna millum 3000 og 6000 fal-nar menn í tapandi parti-

num. Við støði í talinum á smákongum og herstjórum sum upplýst er viðvíkjandi sigrandi partinum, verður mett, at har eru millum 1400 og 4000 mans falnir.

Stríð um trónskiftiniTá talan er um tal á herfól-ki og á falnum, er orrustan í Klontarf tann mest um-fatandi í Írlandi um hetta mundið. Hermenninir úr Leinster og »teir fremman-du« flýggjaðu yvir háls og herðar og Brian Boru læt lív í bardaganum.

Fleiri keldur siga, at ba-namaður Brians var Bróðir. Aðrar keldur siga, at Brian varð dripin undir bønar-haldi í tjaldbúð sínari. Um hetta er søguliga eftirfa-randi, vita vit ikki við vis-su, men Brian var 72 ára gamal og hevur helst ikki sjálvur verið beinleiðis við í bardaganum. Bróðir varð sjálvur dripin í bardaga-num, somuleiðis Máelmor-da og Sigurð jallur.

Gjølla verður sagt frá or-rustuni bæði í »Njáls søgu« og í írsku krýnikuni »Co-gadh Gaedhil re Gallaibh« (bardagi íra mót teim frem-mandu) frá uml. 1103-1111, men nútíðar granskarar meta hesar keldur ikki vera søguliga álítandi.

Ósigurin hjá Dublin var deyðadómurin hjá he-sum norrøna kongadømi. Í 1015 leiddi Máel Se-chnaill ein her hagar og set-ti eld á hervirkið og húsini kring. Men Sigtryggur helt kortini fram at vera kongur í Dublin.

Máelmorda var fallin á vali, og Máel Sechenaill rændi partar av Leinster og setti nýggjan kong har.

Eftir deyða Brians fekk Máel Sechnaill aftur hei-tið hákongur, men tað var í kapping við synir Brians og aðrar, sum høvdu verið í parti við Briani.

Hetta hevði við sær, at

Máel Sechnaill, hóast ávísa ósemju, ikki hevði nakran hættisligan avbjóðara, men eisini, at tann ætlan, sum í byrjanini tóktist miða eftir einum sameindum Írlan-di – í einum sterkum kon-gadømi – fór fyri bakka av innlendis stríði.

Árini eftir stjórnartíð Máel Sechnaills vóru trón-skiftini merkt av ósemju og stundum beinleiðis barda-ga.

Ein varði í írskum tjóðs-kaparstríðiSum ímynd hevur Klontarf stóran tjóðskaparligan týd-ning fyri Írland og orrustan har roknað sum eitt átak hjá írum at standa saman sum tjóð, ið vardi seg ímóti ei-num fígginda uttanífrá og vann á honum.

Tann meira legendariska myndin av orrustuni ge-vur seg fyrst og fremst til kennar í áðurnevndu krý-nikuni »Cogadh Gaedhil re Gallaibh«, skrivað tá Mui Chertach Ua Brian var hákongur.

Muichertach var sonar-sonur Brian kong Boru, og ritið ber dám av einari glansmynd av Briani við tí fyri eyga at rættvísgera kravið hjá eftirkomarum hansara til trónuna. Og týd-ningurin av Máel Sechnaill sum vápnabróðuri fær ikki so nógva umrøðu.

Brian umboðar tann góða andan, Sigtryggur tann illa, sum eftir boðum frá móður síni Kormløð kal-lar hermenn úr Orknoyum og Man til at leypa á írar. »Njáls søga« tykist hava tikið upp frásøgn úr »Co-gadh Gaedhil re Gallaibh« í umrøðu sínari av orrustu-ni í Klontarf.

Írskur miðaldarskalds-kapur er nógv ávirkaður av hesari orrustu, har írar bar-dust ímóti útlendskum kú-garum. Áðurnevnda írska orðið »gaill«, sum varð nýtt

um víkingar, verður seinni nýtt um bretar eftir at teir tóku valdið í Írlandi.

Daniel O’Connel hevði í hyggju at skipa fyri ei-num stórfundi í Klontarf í 1843 og har geva til kennar andstøðu íra ímóti bretska valdinum í landi teirra, men Robert Peel, forsætis-ráðharri, sýtti fyri hesum. Hann óttaðist fyri at slíkur kensluborin fundur kundi

íbir-

ta tjóðskaparligan uppreis-tur.

Daniel O’Conell (1775-1847), eisini kendur sum The Liberator, var írskur politikari og frælsisstríðs-maður. Fyrru helvt av nítjandu øld var hann ein av mest týðandi politikarum í Írlandi, ið vildi loysa landið frá Bretlandi.

Hann vildi tó ikki uppreistur og verður

roknaður sum íbirtari av friðarligum írskum fræl-sisstríði og tann, ið savnaði katólska partin av írska fól-kinum í eina sterka politi-ska eind.

Donnchadh O’Corrain, fyrrverandi professari í írskari miðaldarsøgu í University College Cork, førir fram sannførandi prógv fyri, at heitið Loch-lainne í írskum miðaldar árbókum umframt Noreg ella Skandinavia varð nýtt sum heiti á norrøna ríkinum í Skotlandi og oyggjunum uttanfyri

Daniel O’Conell (1775-1847), eisini kendur sum The Liberator, var írskur politikari og frælsisstríðsmaður. Fyrru helvt av nítjandu øld var hann ein av mest týðandi politikarum í Írlandi, ið vildi loysa frá Bretlandi. Bretska stjórnin vildi ikki loyva honum at skipa fyri stórfundi í Klontarf av ótta fyri uppreistri — — Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Írar hava hátíðarhildið túsund ára dagin fyri sigri teirra í Klontarf; m.a.við útisjónleiki við orrustuni sum leikevni — — Mynd: Scanpix

Týðarin Bjarni NiclasenBjarni Niclasen, lærari á Føroya Læraraskúla, týddi »Njáls søgu« til føroyskt. Hann var føddur í Kunoy 2. mai 1919. Komin til mans var hann fiskimaður eitt skifti, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1946. Eitt skifti var hann lærari ymsastaðni í Danmark, flutti so heim aftur til Føroya í 1956 og gjørdist lærari í Tórshavnar millum- og realskúla. Í 1962 gjørdist hann lærari á Føroya Læraraskúla, og her starvaðist hann, til hann vegna sjúku legði arbeiðið frá sær miðskeiðis í sjútiárunum.Bjarni var virkin skúlabókahøvundur, sum skrivaði lærubøkurnar »Rúmdin«, 1961, »Evnafrøði«, 1963, og »Alisfrøði 1-3« 1979-82.Umframt legði hann úr hondum mikið týðaraverk. Fornsøgur høvdu hansara stóra áhuga, og hann flutti yvir í føroyskt »Heimskringlu«, ið kom í trimum bin-dum 1961-64, »Laksdøla søgu«, 1965, og »Njáls søgu«, 1966; har umframt týddi hann víkingaskaldsøguna »Ormur Reyði 1-2«, 1978-80.Eisini umsetti hann gitnu skaldsøgu William Heinesens »Den sorte gryde«, sum á føroyskum fekk heitið »Í Sortanum«, 1975.Bjarni Niclasen doyði 11. juli 1980.

Bjarni Niclasen (1919-1980). Lærari. Legði úr hondum mikið týðaraverk. Forn-søgur høvdu hansara stóra áhuga — — Mynd: Lærarafólk í Føroyum

Page 25: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 25

»Njáls søga« – eisini nevnd »Brennu-Njáls søga« ella »Njála« – varð skrivað síðst í 1200-áru-num. Høvundurin er ókendur, men hevur helst búð á suðurlandi Íslands. Bjarni Niclasen hevur týtt søguna til føroyskt úr for-níslendskum. Innihaldið í søguni bendir á, at talan er um ein vitandi høvund. Ein hugmyndaríkur høvundur við víðsýndari heimsmynd. Orrustan í Klontarf verður umrødd í »Njáls søgu« sum Bri-ansorrustan

»Njáls søga« sigur frá fleiri blóðigum bardøgum. Hen-dingarnar – partvís sannsø-guligar – fara fram í tíðar-skeiðinum millum ár 930 og 1020 og fevnir sostatt um kristnitøkuna í Íslandi, sum verður staðfest á Al-tingi ár 1000.

Tveir høvuðspersónar, Gunnar Hámundarson á Líðarenda og Njálur Tór-geirsson á Bergtórsváli, umboða hvør sína trúgv; Gunnar gomlu ásatrúnna og tessvegna meira hev-nisøkin, meðan Njálur er kristin og tí lýstur sum mei-ra friðsælur.

»Njáls søga« sigur frá miklu orrustuni í Klontarf í 1014. Frásøgan hevur eftir øllum at døma burturmistu »Brjáns søgu« sum keldu, sum eisini »Torsteins søga Síðu-Hallssonar« hevur troytt.

Bjarni Niclasen (1919-1980) týddi »Njáls søgu« úr forníslendskum og gav hana út á forlagnum Keldu-ni í 1966. Bjarni Niclasen var ættaður úr Kunoy, bú-sitandi í Sandagerði og var lærari í Føroya Læra-raskúla.

Víkingar búgva segtil orrustuVit skulu nú í týðing Bjar-na Niclasen tríva í brotið »Briansorrustan« í »Njáls søgu«, sum umrøður bar-dagan í Klontarf (drúgv kvæðaørindi í tekstinum vera ikki tikin við):

Sigurður jallur gjørdi seg til reiðar at fara úr Orknoy-um. Flosi [brennumaður úr Íslandi] beyð sær til at fara við honum; jallurin segði honum nei, tá ið hann hevði eina suðurferð at gera frá hondum. Flosi beyð tá fim-

tan av monnum sínum, og tí tók jallur við. Flosi fór tá við Gilla jalli til Suðuro-yar. Torstein Hallsson fór við Sigurði jalli; eisini fóru Ravnur Reyði og Erlingur úr Streymoy. Jallur vildi ikki, at Hárekur skuldi fara við honum, men segði seg vilja bera honum fyrstu tíðindini.

Jallur kom við øllum heri sínum pálmadag til Dýv-linar [Dublin]; har var ei-sini komin Bróðir við liði sínum; Bróðir royndi við gandi at kanna, hvussu or-rustan fór at taka seg upp, og hann fekk tað svar, at var orrustan [langa]fríg-gjadag, mundi Brian falla, men vinna sigur; bardust teir fyrr, tá mundu allir fal-la, sum ímóti honum vóru.

Tá segði Bróðir, at teir skuldu ikki berjast fyrr enn fríggjadagin. Hósdag-in kom maður ríðandi á apalgráum hesti ímóti tei-mum, og hann hevði pálstav í hendi; hann talaði leingi við Bróður og Kormløð.

Fylkingarnar bresta samanBrian kongur var komin við øllum heri sínum í bor-gina. Fríggjadagin fór al-lur herurin út av borgini, og báðir partar fylktu lið síni. Bróðir var á øðrum fylkingararminum og Sig-tryggur á hinum. Sigurður jallur var í miðjum liði.

Tað er at siga frá Briani kongi, at hann vildi ikki berjast fríggjadag; skjald-borg var skotin um hann og fylkt var á báðum liðum fyri framman. Úlvur Ræða var á tí fylkingararminum, har sum Bróðir var ímóti; á hinum fylkingararmi-num vóru Óspakur og synir Brian kong; har sum Sig-tryggur var ímóti, var Ker-tjálvaður, og fyri honum vóru borin merkini.

Síðan brustu fylkingar-nar saman. Tá var orrustan ógviliga hørð. Bróðir gekk ígjøgnum liðið og feldi al-lar teir, sum fremstir vóru, men á honum beit ikki jarn. Úlvur Ræða snúði tá ímóti honum og legði til hansa-ra tríggjar ferðir so fast, at Bróðir fall hvørja ferð, og hann mundi ikki komið af-tur á føtur til endans; men beinan vegin, hann kom sær upp aftur, flýddi hann undan inn í skógin.

Sigurður jallur hevði

harðan bardaga við Ker-tjálvað. Kertjálvaður gekk so hart fram, at hann feldi allar, ið fremstir vóru; hann syndraði fylking Sigurðar heilt at merkinum og drap merkismannin. Jallur fekk tá ein annan at bera mer-kið. Tá var orrustan ógvi-liga hørð. Kertjálvaður hjó beinan vegin banahøgg hvørjum eftir øðrum, sum í nánd vóru. Sigurður jallur bað Torstein Hallsson bera merkið. Torstein ætlaði at taka merkið upp. Tá mælti Ámundi Hvíti: »Tú skalt ikki bera merkið, tí at allir teir eru dripnir, sum hava borið tað.« Jallur mæl-ti: »Ravnur Reyði! Ber tú merkið!« Ravnur svaraði: »Ber tú sjálvur fjanda tín.« Jallur mælti: »Tað man vera líkligast, at alt fer saman, maður og matposi.« Síðan tók hann merkið av stongi-ni og stakk tað inn ímillum klæði síni. Stutt eftir var Ámundi Hvíti feldur. Tá varð eisini skotið eitt spjót ígjøgnum jallin.

Óspakur hevði tá gingið yvir allan sín fylkingararm; hann var tá illa særdur, og báðir synir Brians vóru deyðir. Sigtryggur flýddi tá fyri honum. Tá tók alt liðið at flýggja. Torstein Hallsson stóð eftir, tá ið aðrir flýddu, og bant sær tveingin. Tá spurdi Kertjálvaður, hví hann ikki rann eisini. »Tí,« svaraði Torstein, »eg sleppi ikki heim í kvøld, har sum eg eigi heima á Ísland.« Kertjálvaður gav honum tá grið.

Ravnur Reyði var eltur út í eina á, og hann tókti seg síggja Helviti niðri í

ánni; honum tókti, at djev-lar drógu hann til sín. Hann mælti tá: »Hundur tín, Pæ-tur apostul, hevur runnið tvær ferðir til Róma og vil-di fegin runnið triðju ferð, um tú loyvdi tað!« Tá lótu djevlarnir hann fara, og hann slapp um ánna.

Bróðir sá nú, at liðið hjá Briani kongi rak teir flýg-gjandi, og fáir menn vóru í skjaldborgini. Hann leyp tá úr skóginum, syndraði skjaldborgina og hjó til kongs. Drongurin Traðkur brá upp hondina, so hon varð tikin av í høgginum, og høvdið á kongi fór við; men blóð kongs kom á han-darstubban hjá dronginum, og hann var grøddur bei-nan vegin. Bróðir rópti tað hart: »Sigið tað maður frá manni, at Bróðir feldi Bri-an.« Tá var kallað á teir, sum róku teir flýggjandi, og teimum var sagt frá, at Bri-an kongur var fallin. Úlvur Ræða og Kertjálvaður ven-du tá beinan vegin aftur; teir slógu ring um Bróður og menn hansara; teir feldu við niður yvir teir. Bróðir var tá tikin á hondum. Úlvur Ræða risti tá búkin upp á honum og leiddi hann rundan um eina eik; hann rak soleiðis garnarnar úr honum. Hann doyði ikki fyrr enn allar garnar vóru raktar úr honum. Menn Bróður vórðu allir dripnir. Síðan tóku teir líkið av Bri-ani kongi og búðu tað til; høvur kongs var grógvið fast aftur í bulin.

Fimtan av Brennumon-nunum [úr Íslandi] vóru falnir í Briansorrustuni; har fullu eisini Halldórur

Gudmundarson og Erlingur av Streymoy.

Jartekin – eisini í FøroyumLangafríggjamorgun var tann tilburður á Katanesi [Caithness í Norðurskot-landi], at maður sum æt Dørruður, gekk út. Hann sá, at tólv menn saman riðu til eina moyggjarstovu, og hvurvu har allir.

Hann gekk at stovuni og hugdi inn gjøgnum ein glugga, sum var á stovuni, og sá, at har vóru moyggjar inni, og tær høvdu sett vev upp. Mannahøvur vóru fyri klíggjasteinar, manstarmar fyri veft og garn, svørð til vevskeið og ørv til ræl.

Tær kvóðu nøkur ørindi. ...

Síðan rivu tær vevin niður, slitu hann sundur, og hvør tók við sær tað, hon hevði í hondini. Dørruður gekk tá burtur frá glugga-num og heim, men tær stigu á hestar sínar og riðu, seks suður eftir og hinar seks norður eftir.

Slíkur atburður barst fyri Brandi Gneitasoni í Føroy-um [framskygdi kallurin í minniskvæði J. H. O. Djur-huusar um dr. Jákup Jakob-sen].

Á Svínafelli á Íslandi kom blóð niður á messuhøkulin hjá presti langafríggjadag, so hann noyddist at fara úr honum.

Við Tváttá tókti presti-num langafríggjadag, at eitt havdýpi var við altaran, og har sá hann ymisk øgilig fyribrigdi, so hann leingi fekk ikki sungið messu.

Á Orknoyum hendi tað undur, at Hárekur tókti seg síggja Sigurð jall saman við nøkrum monnum. Hann tók tá hest sín og

reið jalli á møti. Onkur sá, at teir hittu hvør annan og riðu fram undir ein heyg; teir eru aldri sæddir síðani, og einki var at finna aftur av Háreki.

Gilla jall í Suðuroyum droymdi, at maður kom til hansara, sum nevndi seg Herfinnur og segði seg vera komnan av Írlandi. Jallur tókti seg spyrja tíðindi. Maðurin kvað tá hetta ørin-di:

Eg var har Bragningar bar-dust;brandar gullu á Írlandi;tá møttust svørð í hjálmum,og mangur málmur stakk.Teir søktu allir snarpan,og Sigurður fall á vali;tá bløddi mangt eitt ben,men Brian fall og vann si-gur.

Flosi [brennumaður úr Ísland] og jallur talaðu mi-kið um henda dreym.

Eina viku seinni kom Ravnur Reyði og segði teim øll tíðindi frá Bri-ansorrustuni: Kongur og Sigurður vóru falnir, hartil Bróðir og allir víkingar. Flosi mælti: »Hvat sigur tú um menn mínar?« »Teir fullu allir,« segði Ravnur, »men Torstein, mágur tín, tók grið av Kertjálvaði og er nú við honum. Halldórur Gudmundarson doyði har.« Flosi segði jalli frá, at hann mátti fara av stað; - »tí enn eiga vit pílagrímsferð at gera av hondum,« segði hann. Jallur bað hann fara, sum hann vildi, fekk ho-num skip og tað, sum ho-num tørvaði; hann gav ho-num almikið av silvri.

Síðan sigldu teir til Bret-lands og dvaldu har eina stund.

KLONTARF SORRUSTAN LÝST Í »NJÁLS S ØGU«

Brian kongur Boru (942-1014). Hákongur í Írlandi 1002-1014. Tó at hann fall í orrustuni í Klontarf fyri túsund árum síðan, so var tað hansara fylking, ið vann stórsigur á Sigtryggi kongi Silkiskegg í Dublin og víkingaheri hans-ara har — — Høggmynd á útmúri Dublinar slotts

»Njáls søga« er íslendingasøga, skrivað uml. 1280. Til-burðirnir í søguni fara fram á Rangárvøllum á suðurlan-di Íslands tíðarskeiðið uml. ár 950-1015 og snúgva seg um vinarlagið millum Njál á Bergtórsváli og Gunnar á Líðarenda, sum áhaldandi stendur sína roynd orsakað av trýsti frá skyldfólkum, ið vilja hava endurbót fyri niðran-di orð og gerðir. »Njáls søga« verður roknað sum tann mætasta og mest gitna av íslendingasøgum — — Brot úr Njáls søgu, skrivað í Møðruvallabók uml.1350

Page 26: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201426

Navn?Finn Johannesen

Parlagsstøða?Giftur Rannvu Johannesen (fyrr Augustinussen) úr Vági

Starv?Sjálvstøðugur vinnurekandi (VILT)

Lýs ein útiseta við trimum orðum?Ein, ið nemur sær útbúgving, ein, ið lærir eina rúgvu … ein, sum ofta setur spurningin – hvat er til mín tá ið eg komi af-tur.

Er tað gott, at føroyingar fara uttanlands at nema sær út-búgving? Og hví?Ja, tað er, men tað er hugstoytt, tá ið tey vænta at vit, ið her búgva, hava skipað alt samfela-gið soleiðis, at tey ”bara” skulu koma heim aftur í eitt starv – heldur enn at tey vilja koma heim, at skapa, ella ávirka á ar-

beiðsmarknaðinum.

Um hugsað verður um, fólka-vøkstur, gagnar tað so sam-felagnum, at tað er so lætt at flyta, eitt nú til Danmarkar, at nema sær útbúgving? Er het-ta ein fyrimunur ella ein van-di fyri føroyska samfelagið?Veit ikki, uttan iva nakað við tíðarandan at gera.

Hvat fert tú at nýta summarfrítíðina til?At uppliva Føroyar, at njóta alt slag av veðrið. Lata telefon og teldu hvíla, ímeðan eg løði upp :-)

Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?Nevn trý ting í gerandisdeg-num, ið minna teg á, tað hóast alt er gott at búgva í Føroyum.At øll míni eru nær …At ein kann ávirka jaligt, tí sam-felagið og umstøðurnar eru so lítlar …At vit eru uppvaksin við at hoyra

um Jesus … besta gáva eg na-krantíð havi fingið

Hvat kundi verið betri í Før-oyum?Onkuntíð veðrið, men tó – tað ber til at ferðast eftir góðum veðri. Eg elski Føroyar, og eg ferðist uttanlands minst 3-5 ferðir um árið. Men einki er sum at koma HOYM.

Í Føroyum verður sera ofta tosa um veður og vind. Ofta verður tosað um hetta við einum neiligum tóna. Men fyri at køva tað neiliga, hvat fyri hugburði hevur ein hei-mabúgvandi føroyingur brúk fyri? Hevur tú kanska eitt ’motto’ fyri gerandisdagin í Føroyum?Her er so nógv gott – vinarlag, familjan, ”hjallur er í sjónum”, tíð til kaffiprát, stutt at ferðast, frítt hjá børnum – eisini í reg-ni :-) Kanska vit skuldu farið at bjóða veðrinum av, og sagt: á hesum regn ella vinddegi, havi

eg gjørt: … So fekk ein gráur gerandisdagur brádliga fleiri li-tir :-)

Takk fyri at vit kundu lána eitt sindur av tíð frá tær. Tú fært nú heiðurin at velja tann næ-sta, ið skal verða ”Tann Hei-

mabúgvandi”. Hvør skal tað verða?Avgjørt Eyðbjørn Jacobsen, Klaksvík, vinmaður, filmsmaður, listamaður og mega góður ráð-gevi og treystur vinur.

Tann he imabúgvandi :

”Einki er sum at koma HOYM”

Tað er ikki Alex Mellemgaard, sum longur hevur lagt upp til flest mál í Effodeildini í ár.

Jákup Ósá

19 leikarar í Effodeildini eru komnir uppá 4 upplegg ella fleiri. Upplegg ella sum vit best kenna á enskum fyri ’’assist’’. Eftir at Alex Mellemgaard úr B36 hevur ligið greitt á odda nærum alt kappingarárið, so hevur ein liðfelagi hjá honum sei-nastu tíðina tikið seg inná hann, og í seinasta umfa-rinum áðrenn summarsteð-gin fór hann framum. Talan

er um Lukas Cieslewicz, sum í ár meira er ein sum leggur upp til mál enn ein málskjútti, tí hann hevur bara skorað 3 mál higartil, meðan hann hevur lagt upp til 8 mál. Og tá tekur hann nærum ongantíð nakran deyðbólt, sum ofta er ein

høvuðsorsøk til, at flestu leikararnir liggja ovarlaga á upplegg listanum.

8 upplegg:Lukasz Cieslewicz (B36)

7 upplegg:Alex Mellemgaard (B36)

Andy Olsen (NSÍ)

6 upplegg:Adeshina Lawal (B36)Hjalgrím Elttør (KÍ)

5 upplegg:Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur)

Klæmint A. Olsen (NSÍ)Árni Frederiksberg (NSÍ)Jann Martin Mortensen (NSÍ)Hallur Hansson (Víkingur)Finnur Justinussen (Víkingur)

4 upplegg:

Heðin á Lakjuni (KÍ)Ndende Adama Guéye (KÍ)Pál M. Joensen (HB)Fróði Benjaminsen (HB)Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)Súni Olsen (Víkingur)Ari Ellingsgaard (ÌF)Jákup á Borg (B36)

NÝGGJUR LEIK ARI TOP-PAR ’ ’ASSIST ’ ’ LISTAN

Page 27: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 27

SVIMJIHØLLIN LETURUPPAFTUR 12. JULI

baðiland45 m long øka

bobluøki2 fossar3 vatnkanónir

heittvatnshylur

saunaheilsuklivarkioskkafeteriafitness (september)

OPIÐÍ SUMMAR

Mán. 13.00-19.00Týs. 13.00-19.00Mik. 06.45-08.45 og 13.00-17.00Hós. 13.00-19.00

Frí. 13.00-19.00Leyg. pensjónistar 09.00-10.00 Leyg. 10.00-17.00Sun. 08.00-10.00 og 14.00-16.00

Kostnaður:Vaksin kr. 35,00 Børn kr. 20,00

baðiland45 m long øka

bobluøki2 fossar3 vatnkanónir

heittvatnshylur

saunaheilsuklivarkioskkafeteriafitness (september)

Page 28: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201428

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*. Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald**.

Støkk inn á gólvið í Havn ella Klaksvík, so kunnu vit vísa tær okkara nýggjastu bilar og greiða nærri frá 3 ára servicepakkanum.

Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlitÓkeypis umvælingarÓkeypis Toyota eykalutirÓkeypis viðlíkahald og skift av bremsumÓkeypis olja, løgir og skiftÓkeypis perur og skiftÓkeypis viskarar og skift

Ókeypis sprinklaraløg og áfyllingÓkeypis filtur og skiftÓkeypis vask av bili ísv. eftirlitÓkeypis tøkniligar dagføringarÓkeypis bilhjálp í EvropaHægri søluvirði á bilinum

Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40

Tú fært nógvar fyrimunir við einum Toyota 3 ára servicepakka:

*) Galdandi fyri allar nýggjar persónbilar. Servicepakkin er ikki galdandi fyri vørubilar og hýruvognar. **) Galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.Sí meira á reyniservice.fo

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Keyp ein Toyota - og fá ein 3 ára servicepakka

sansir.fo

Page 29: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 29

amr.fo

Page 30: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 201430

Eyka trygd á ferðini

Við gjaldoyra og fl eiri gjaldskortum fært tú eyka trygd á ferðini.■ Við tveimum kortum kanst tú

taka meira út hvønn dag

■ Við reiðum peningi í røttum gjaldoyra kanst tú gjalda allastaðni

■ Við MasterCard fært tú ferðatrygging og altjóða gjaldskort í einum

Við reiðum peningi í røttum gjaldoyra

Við MasterCard fært tú ferðatrygging

Bílegg MasterCard og gjaldoyra í dag

www.banknordik.fo

Page 31: Nordlysid nr 24 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 24 MIKUDAGIN 9. JULI 2014 31

Page 32: Nordlysid nr 24 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Bar og Café Jacqson letur upp á Klaks-víksvegi í kvøld, mikukvøldið, kl. 19.00. – Vit ætla at hetta skal vera staðið har fólk kunnu fáa eina hugnaliga hvíld frá dagliga meldrinum.

Tað siga tey bæði Jacquelin Gardar og Lindi Gardar. Tey bæði eru móður og sonur, og tað verður Lindi Gardar, ið verður stjóri á fyritøkuni.

Ì kvøld verður stóra mótt-økan á Jacqson, og tá bjóða vit ókeypis kaffi við on-krum afturvið, til øll, sum vilja heilsa uppá okkum, sigur Lindi Gardar, sum umframt at vera stjóri í felagnum, eisini fer at hava dagligu leiðsluna um hen-dir.

Vit vænta nógv fólk á gátt í kvøld. Tað verður virkan-di borgarstjórin, Steinbjørn

O. Jacobsen, ið fer at klippa snórin og tað verður klok-kan 19.00 stundisliga.

Annars er ætlanin hjá okkum er, at hetta skal vera ”rastiplássið” ella ”oasan” í býnum. Her sku-lu øll kunna koma til eina hugnaliga og róliga løtu. Tónleikatiltøkini, sum vera fyriskipaði her, eru mei-ra bakgrundstónleikur og tílíkt sum hóskar til eina hugnaliga løtu, har kun-dar okkara kunnu hava eitt hugnaligt prát. Eisini hava vit hugsa um at hava onkrar fyrilestrar ella frásagnir frá pallinum. Tó, tá stórir fót-

bóltsdystir eru á skránni, tá hava vit møguleikar at vísa teir á stórskýggja.

Sigast má, at hølini hjá Jacqson eru sera hugna-lig og forvitnislig. Uppi á

vegginum hanga tvey petti at einum føroyskum róðr-arbáti. Lindi Gardar sigur okkum, at hetta er ein bátur sum Kristoffer Klakkstein hevur átt, og at báturin he-

vur eina stolta søgu.Tað er Ísak Johannesen,

arkitektur, ið hevur staði fyri tí arkitektoniska og de-signinum á Jacqson. Hor-nið har pallurin er, er sera

forvitnisliga samansett, og tað gevur nógv til eygað hjá teimum, sum velja sær at stytta sær stundir, fáa sær at eta, ella eitthvørt á drekka inni á Jacqson.

60 sitipláss eru á Jacqson, men hølini hava loyvi ti 150 fólk, so tá fótbóltsdystir ella eitthvørt tónleikatiltak er á skránni, so ber til at hava 150 fólk inni. Men, undir-strikar Lindi, hetta verður eitt meira dempað stað, vil-ja fólk hava buldur og brak, so verður tað ikki her.

Bar og Café Jacqson verður opin vanligar dagar frá 11 til 23. Fríggjadag verður opið frá 11 til 02, Leygardag frá 11 til 04 og Sunnudag frá 14 til 11.

Skráin fyri komandi fríg-gjakvøld og leygarkvøld er løgd, fríggjakvøldið spælir Hanus G. Johansen, ken-di klaksvíkingurin, sum fekk fyrstu Nólsoyar Pálls heiðurslønina frá Menta-nargrunninum í Klaksvik. Hanus spælir frá kl. 23.30 til 02.00. Leygarkvøldið spæla Alvilda Mørkøre, Jón Mørkøre og Jógvan Fróðin Baldvinsson.

Øll eru hjartaliga vælko-min in á gólvið, skulu vit heilsa og siga!!!

EIN ”OASA” Í KL AKSVÍK