nordlysid nr 29 2014

16
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 POUL HORN DRUKNAR Á VÁGNI MÍTTLAND: EIN HEITUR OG FJÁLGUR FESTIVALUR KÍ HEVUR EIN MØGULEIKA MÓTI HB TAÐ SANSAR AT HJÁ KLAKSVÍKAR HAVN AT GEVA ØLLUM NØKTANDI KAIPLÁSS NÆRKAST GREIPUNI ANNAR HEIMS BARDAGI

Upload: nordlysid

Post on 06-Apr-2016

351 views

Category:

Documents


35 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 29 Fríggjadagin 12. sept. 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 29 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

POUL HORN DRUK N A R Á VÁGNI

MÍT TL A ND: EIN HEI T UR OG FJ Á L GUR FES T I VA LUR

KÍ HEVUR EIN MØGULEIKA MÓTI HB

TA Ð S A NS A R AT HJ Á K L A KSV ÍK A R H AV NAT GE VA Ø LLUM N Ø K TA NDI K A IPL Á SS

NÆRK AST GREIPUNI

A NN A R HEIMSB A RDAGI

Page 2: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 20142

Reyði Krossur er altíð til staðarVit hjálpa úti og heimaHjálpið okkum at hjálpa

Les meira á www.reydikrossur.fo

L A NDSINNS AV NING 13. SEP TEMBER 20 14

Starvi�Talan er um eitt spennandi og avbjó�andi starv í eini altjó�a flutningsfyritøku. Tú ver�ur partur av lei�slutoyminum vi� beinlei�is tilvísing til stjóra felagsins. Tín uppgáva er at lei�a arbei�i� á útflutningsdeildini á besta hátt fyri felagi� vi� høvu�sábyrgd fyri sølu, uppfylging av tænastum og at menna n�ggjar flutningsloysnir til frama fyri okkara kundar.

FørleikakrøvTú ert fyrikomandi og áheitin, arbei�ir bæ�i sjálvstø�ugt og saman vi� ø�rum, og tú skrivar og talar føroyskt, skandinaviskt og enskt ra�i�. Fyrimunur er, um tú hevur kunnleika til føroyskt útflutningsvinnulív og logistikk. Tú hevur áræ�i og tekur avbjó�ingarnar í størsta álvara og dugir at finna n�ggjar loysnir sum skapa vir�i fyri kundan.

Lønarvi�urskifti og umsóknirLønin ver�ur ásett í samsvari vi� førleikar og royndir. Umsóknir vi� vi�komandi skjølum skulu sendast til: [email protected]

Umsóknarfreistin er 21. september 2014.

Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi vi� starvi�, ert tú vælkomin at venda tær til Jóhonnu á Bergi, stjóra, á tel. 549000, [email protected]

Lei�ari til Útflutningsdeildina

Faroe Ship er flutningsfyritøka, sum er partur av Eimskipafelag Íslands, i� er størsta flutningsfelag í Nor�uratlantshavi, vi� egnum rutum til Evropa, USA, Baltalond og Russland. Virkisøki� hjá Faroe Ship er innflutningur, útflutningur, innlendiskoyring, agency, vøruhotell og skundflutningsfyritøkan Faroe Express. Faroe Ship hevur um 110 fólk í starvi umframt manningar á skipum. Sølan í 2013 var uml. 500 mió. kr.

STARVSL�SING

Umsóknarfreist

21. SEPMÓT TØK AÍ SKÁLANUM FRÍGGJADAGIN 19. SEPTEMBER 2014 FRÁ KL. 16-21

www.kbi.fo

Karl Birgir Isaksen, stjóri, verður 50 ár. Í hesum sambandi bjóðar KBI viðskiftafólki, samstarvsfelagum, vinum og kenningum til móttøku við ábiti og livandi tónleiki í Skálanum í Klaksvík, Bøgøta 11, fríggjadagin 19. september 2014 frá kl. 16-21.

HJARTALIGA VÆLKOMIN

KARL BIRGIR 50 ÁR

Page 3: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 3

L E I Ð A R I N

Íbúð í KlaksvíkFult møbilerað íbúð mitt í Klaksvík til leigu.

NorðlýsiðTel. 284379

GullbrúdleypFríggjadagin 3. oktobur hava

Gull-Britt og Karsten Hansen verið gift í 50 ár.

Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Lorvík sama dag kl. 19.00.

Skyldfólk, vinir og kenningar, sum vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða biðin

um at siga frá innan 25. sept. á telefon 220599 - 285007 ella á telduposti [email protected]

Lutaseðlar KRF

14. august vóru luta-seðlarnir drignir og

vóru vinnararnir hesir:

Nr. 1 - 5859Nr. 2 - 0341Nr. 3 - 0906 Nr. 4 - 1231Nr. 5 - 2354Nr. 6 - 0399Nr. 7 - 0846Nr. 8 - 1212Nr. 9 - 4577

Nr. 10 - 4856Nr. 11 - 1411

Nr. 12 - 5421Nr. 13 - 0475Nr. 14 - 3726Nr. 15 - 5326Nr. 16 - 1404Nr. 17 - 4621Nr. 18 - 4001Nr. 19 - 0367Nr. 20 - 5862

Klaksvíkar Róðrar-felag takkar øllum fyri

stuðulin.

Vinnararnir kunnu venda sær til Ísak Mik-

ladal, 232052

Hansina Jacobsen hevur tikiðMaster útbúgving í Heilsu Psychologivið universiteti í Preston 22 juli 2014.Bachelor tók hon i Aberdeen 2012.

Prógv

Fríggjadagin 10. oktober hava Marianna og Evald Simonsen

gullbrúdleypsdag. Dagurin verður hildinleygardagin 11. oktober frá kl. 12 til 18

í hølunum hjá sjúkrarøktarfrøðideildinií Jónas Broncks gøtu 25 - Tórshavn.

Gullbrúdleyp

Eykaaðalfundur FNU Føroya Náttúruverndarfelag

FNU hevur millum fremstu endamál síni at verja náttúru og umhvørvi og at breiða út kunnleika

um hvussu lívsháttur og vistfrøði eru samantengd. Nú skjótt 35 ár eru liðin síðan FNU varð stovnað, er týdningurin av einum virknum og sjónligum

umhvørvisfelagskapi í Føroyum størri enn nakrantíð, og tí verður kallað til eykaaðalfund

leygardagin hin 27. september kl 14.00á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14.

Øll eru vælkomin,og høvi verður at tekna seg sum lim.

Trygdarskeið – ein forðing hjá fiskivinnuni

Nógv eru pappírini tú skalt hava í lagi, um tú skalt kunna vinna tær og tínum til dagliga tørvin.

Eitt sum undrar er skipanin við trygdarskeiðum. Onki er at ivast í, at tað hevur týdning, at menn og kvinnur umborð á skipum vera kunna um trygdina umborð á skipum.

Tó, hátturin sum verður nýttur at tryggja, at menn og kvinnur umborð vita hvat er upp og hvat er niður, tá ið um trygdina umborð ræður, tikist eitt sindur løgin og í aðrar mátar ikki til at skilja.

Um dagarnar taka vit ímóti ferðamannaskipum. Í dag var eitt á Norðhavnini. Umleið 2.600 fólk um-borð, manningin taldi umleið 600. Tað vil siga, at kanska høvdu 600 trygdarskeið, um hetta hevði verið eitt føroyskt skip, ímeðan hini 2000 helst ikki vitstu hvat ein bjargingarbátur var og so fram. Tó er hetta sambært lógini.

Ein útróðrarbátur skal til útróðrar, fýra menn/kvin-nur eru við. Lógin krevur at øll skulu hava lokið trygdarskeið. Hava tey ikki tað, so siglir útróðrarbá-turin ólógliga um hann fer avstað.

Men so er eisini galdandi, at hevur tú ein útróðrar-bát, sum er undir 15 tons, so eru ongar forðingar, tí tá krevst als ikki at tú hevur trygdarskeið, ella við øðrum orðum, so kanst tú rógva út so galið tú vilt, eisini einsamallur við ongum trygdarskeiði.

Hesar reglur hava við sær, at trupult er hjá stóru útróðrarbátunum og línubátunum at fáa fólk við tá boðið er stutt. Eitt nu um maður, ið hoyrir til skipið gerst sjúkur ella berst frá stutt áðrenn báturin ella skipið fer avstað. Tað kostar helst um einar 3000 krónur at ogna sær eitt Trygdarskeið og harafturat gongur tað út nakrar mánaðar eftir, so tað er ikki heilt ókeypis at hava eitt slíkt. Tí kemur meira enn so fyri, at uppilagstir sjómenn onki trygdarskeið hava og tí heldur ikki kunna rætta einum skipara ella útróðrarformanni eina hond tætt uppundir at skipið ella báturin skal fara til fiskiskap.

Sum skilst, so er ein skipan, til dømis umborð á Norrønu, har yvirmenn kunnu geva nýggjum fólki frálæru í trygd umborð. Pappírini hjá yvirmonnu-num eru oftað tey somu á útróðrarbátum, sum hjá teimum umborð á Norrønu, tí undrar tað, at báts-formaðurin ikki eisini kann kunna nýggju fólkini um trygdina umborð.

Er hetta ikki nakað, ið átti at verið broytt?

Trygdarskeið – ein forðing hjá fiskivinnuni

1. Flatskermur 40” nr. 3406

2. Ferð fyri 2 v/bili við Smyril Line nr. 1117

3. Málningur frá Livar Nysted nr. 3025

4. Nicer Dicer Plus køk-samboð nr. 3316

5. Flak 8 kg nr. 2023 6. Flak 8 kg nr. 970

7. Málningur frá Allu Østerø nr. 1304

8. Moulinex mixari nr.903 9. Flak 8 kg nr. 142810. Flak 8 kg nr. 1170

11. Gávukort á kr. 500 frá FK nr. 2360

12. Flak 8 kg nr. 3016

13. Flak 8 kg nr. 19314. Málningur frá Eriku

Svøðstein nr. 73215. Flak 8 kg nr. 343616. Flak 8 kg nr. 2565

17. Gávukort á kr. 1.000 frá Fiskabúðini nr. 333

18. Flak 8 kg nr. 233319. Krov í heyst nr. 164920, Gávurkort á kr. 1.000

frá Fiskabúðini nr. 961

Vinningarnir kunnu hein-tast við at venda sær til

tlf. 756731 ella [email protected] Stjørnan takkar

fyri stuðulin.

Lutaseðlarnir hjá Stjørnuni trektir:

amr.fo amr.fo

Page 4: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 20144

Tann 21. mars í 1888 kemur skiparin á sluppini Bikuben, sum Klaksvíks-handilin átti, Jóan Pauli Johannesen, Jóan Pauli í Horni, inn til sýsluman-nin og boðar frá eina deyðsvan-lukku. Tað er um Poul Horn úr Oyndarfirði, ein av manningini á Bikuben, sum var áhalsin og datt fyri borð av jollu-ni og druknaði.

Á vágni tann 20. mars lig-gja sluppirnar Sprite úr Havn og Bikuben úr Klaks-vík fyri teym, lið um lið. Um kvøldið kemur Poul Horn til skiparan á Biku-ben og biður um loyvi at fara í land. Hann ætlar sær niðan í Gerðar at vitja systir sína, sum tænir í Niðristovu hjá Jákup Joensen, Jákup í Gerðum.

Poul Horn kemur í Gerðar um átta tíðina, og vitjar systrina í okkurt um ein tíma. Síðani fer hann saman við soninum í húsi-num, tí 20 ára gamla Joen Joensen, (Gardar), og Sig-mund Dahl, 17 ár av Bis-kupstøð, út í Klaksvík. Teir eru bidnir um at skjútsa nakrar av manningini á Sprite umborð, og jollan hjá Bikuben lá bundin við lossibrúnna hjá Klaksvíks-handilinum.

Teir taka nakrar um-borð har, rógva síðani yvir á Myrkjanoyri og taka ein við, sum var staddur har.

Teir koma umborð á Sprite umleið kl. 22.30.

Eftir at hava steðgað ok-kurt um ein tíma umborð á Sprite, skula Poul Horn, Sigmund Dahl og Joen Joensen í land aftur, Poul Horn fer umborð á jolluna, sum lá bundin uppat síðu-

ni á Sprite, men tá hann gongur har frammi frá og aftureftir, er hann áhalsin og dettur fyri borð.

Joen Joensen, Petur Hans Poulsen, bestimaður á Sprite, og ein annar av manningini á Sprite, Ole Olsen, leypa beinanvegin í jolluna at bjarga Poul Horn, men hann man vera farin í panikk, so skjótt hann datt á sjógv, tí hann arbeiðir seg út frá jolluni, og hóast fanglínan á jollu-ni beinanvegin bleiv kastað og jollan stungin útfrá, so rukku teir ikki at fáa fatur Poul Horn, men Joen Joen-sen, sum dugdi at svimja, leyp á sjógv, svam yvir til neyðstadda mannin, fekk fatur á honum og svimur so aftur til jolluna, har Poul fyrst verður fingin umborð á jolluna, og síðani lyfta teir hann upp á dekkið á Sprite.

Skiparin á Sprite, John Jacobæus Joensen, er tør-naður inn, men kl. 23.30 hoyrir hann gang á dekki-num og skundar hann sær upp á dekkið. Tá stríðast teir við at hála Poul Horn umborð. Hann gevur bei-nanvegin Joen Joensen og tveimum øðrum boð um at fara til lands eftir lækna-num. Síðani bera teir Poul Horn niður í lugarið, har teir royna at fáa lív í hann. Teir gníggja hann við hei-tum teppum, leggja hann á búkin so vatnið fær runnið burtur, og annars tað neyð-hjálp teir dugdu. Millum annað varð roynt alla tíðina at geva honum kunstigan andadrátt.

Teir tríggir, sum fingu boð at fara eftir læknanum, rógva við skundi til lands og renna niðan í læknahú-sini at boðað frá. Læknin, Johan Federspiel, sendir

teir av stað aftur við boðum um at føra mannin til lands til sín. Hann noktar at fara umborð við teimum. Tískil venda teir aftur til Sprite við ongum lækna.

Skiparin á Sprite heldur tað vera óðamannaverk at bera neyðstadda mannin, fyrst niður í jolluna síðani rógva hann til lands og so bera hann niðan til læknan, ein ferð, har teir einki fáa gjørt við at hjálpa og lívga upp mannin. Tískil avgerð hann, at Poul Horn verður verandi umborð, har teir royna at fáa lív í hann. Tað verður so gjørt í okkurt ein tíma uttan tað eydnast.

Síðani taka teir líkið og føra tað til læknan.

Læknin gevur honum neyðhjálp, men tá er øll vónin langt síðani úti, og tveir tímar gingnir, síðani teir komu eftir læknahjálp fyrstu ferð. Poul Horn er

deyður.Frá tíð hann datt á sjógv

og til hann var í jolluni aft-ur gingu í mesta lagið tríg-gir minuttir. Tað eru bjar-gingarmenninir samdur í.

Hví læknin ikki beinan-vegin fór við monnunum, tá teir komu eftir hjálp, skuldi vísa seg at fáa eitt eftirspæl. Tí hettar frættist til Havnar, at tað stendur í sýslumans-frágreiðingini, at hann nok-taði at hjálpa.

23. mai í 1888, tríggjar dagar eftir vanlukkuna, verður skriv sent frá am-tinum, har læknin verður biðin um at geva eina frágreiðing um, hví hann noktaði at fara við monnu-num umborð á sluppina at hjálpa tí neyðstadda.

Svarið hjá læknanumer soljóðandi:“Tá tað í frágreiðingini verður sagt, at eg noktaði at fara umborð á sluppina, so

POUL HORN DRUKNAR Á VÁGNIAndras Sólstein skrivar

Johan Federspiel,lækni í Norðoyggjum árini 1887 – 1892

Klaksvíkshandilin

Læknahúsini, bygd í 1872.

Page 5: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 5

“Per modtagelsen af hr. Districktlægens (forrige) ifølge skrivelse af 5 f. mdr. finder amtet sig foranlediget til at udtale, at man maa anse det for mindre vigtigt at De i stedet for strax selv at begive Dem ombord i slup Bikuben den omhandlende nat for at undersøge vedk. forulykkede matros, indskrænkedes Dem til at beordre ham ilandbragt til senere undersøgelse i Deres eget hjem. hvilket hermed tjstl. medeles dem til fornøden efterretning.”

er hettar ikki heilt beint.Um kvøldið tann 20.

mars var eg á veg í song. Klokkan mundi vera um 23.00 – 23.30, tá eg fekk boð um at nakrir mans vóru í gongini, sum vildu tosað við meg. Eg skundaði mær at lata meg í, og fór at vita hvat teir vildu. Teir vil-du hava meg við umborð á eina slupp, sum lá á vágni, at hjálpa einum mann, sum var dottin fyri borð. Tá eg spurdi, um teir høvdu fingið hann upp úr sjónum, og um tað var nakað tekin til lív, svaraður teir sum eg skilti tað, ja.

Tá tað vildi taka líka langa tíð at bíða eftir mær ímeðan eg læt meg í, og tað, ið møguliga skuldi ge-

rast við neyðstadda man-nin, betur kundi gerast í læknastovuni inni hjá mær sjálvum, og tá eg, hóast eg var farin umborð við teimum, undir øllum um-støðum hevði givið boð um at føra hann til lands, metti eg, at besta loysn var, um teir fóru umborð eftir manninum og førdu hann til lands til læknahúsini. Eg sendi teir umborð aftur við boðum um, beinanvegin at fáa mannin til lands.

Tá eg hevði bíðað í ein tíma og eingin var komin aftur, helt eg sjálvandi, at maðurin var komin fyri seg, og so fór eg í song og sovnaði. Tá eg hevði sovið í umleið ein tíma, bleiv eg vaktur aftur. Tá komu teir

berandi við Poul Horn, og øll neyðug hjálp og royndir at kveikja lív vóru gjørd í umleið ein tíma, men ut-tan úrslit. Poul Horn var deyður.

Um orsøkina til, hví teir ikki komu í land við man-ninum beinanvegin, sum eg eisini hevði givið teimum boð um, veit eg ikki. Tað má onkur annar svara fyri.

Vinarliga J. Federspiel.”

Málið endar við, at am-tið skrivar til læknan Fe-derspiel, og váttar, at hann bar seg rætt at vanluk-kunáttina.

Amtið skrivar aftur 14. juli 1888: “Sum svar á tygara skriv

halda vit at tað er av minni týdningi at tygum ikki fóru umborð á sluppina vanluk-kuáttina, men ístaðin gav boð um at maðurin skul-di førast í land, soleiðis at tygum kundi kanna hann inni hjá tygum sjálvum.”

Poul Horn var úr Oyndar-firði, føddur í 1862. Forel-drini vóru Malena og Poul Poulsen, hann úr Tarti og hon av teimum fólkunum, tey kallað Hjá Gutta. Poul var ógiftur, men Freydis skrivar í Oyndarfjarðar søgu, at hann og Elspa við Lið skuldu vera væl.

Skipið Bikuben, sum verður nevnd slupp í frágreiðingini, var heima-hoyrandi í Klaksvík. Klaks-

víkshandilin átti hana. Hon bleiv keypt í 1872. Tað vóru teir báðir, Faktor Djurhus og C. Høgnesen úr Oyn-darfirði, ið keyptu hana í felag, men í 1873 selja teir partarnar til Jørgen Bech & Sønner, sum jú eisini átti Klaksvíkshandilin.

Eftir frásøgn var Biku-ben ein franskur luggari, sum var farin á land á Fun-ningsfirði og seld.

Bikuben gekk burtur í 1895. Teir skuldu fara til Trongisvágs á beding. Á veg suður løgdu teir inn á Havnina og fóru haðani 20 sept., men spurdist on-gantíð afturíaftur.

Summir halda, at Biku-ben, sum var óløgd, kollsig-ldi útfyri Trongisvágsfirði.

Veðrið var ikki vánaligt, men ring æl gingu, við harðligum hvirlum. Aðrir halda, at hon fórst á boðu-num uttast í fjørðinum.

Við Bikuben fórust fýra menn, allir úr Klaksvík.

Keldur.Føroya LandsskjalasavnNorðoya FornminnasavnHansen, J. Símun. Havið og vit IHansen, J. Símun, Tey byggja land VI.Poulsen, Freydis. Úr Oyndar-fjarðar søgu.

Klaksvík umleið 1880. Húsini fremst á myndini eru sýslumanshúsini, bygd í 1865, og tey ljósu aftanfyri eru læknahúsini, bygd í 1872.

Sýslumans Rapport.Bræv Federspiel

Page 6: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 20146

Navn, parlagsstøða, bústaður og hvussu leingi hevur tú verið útseti?Sólgerð Hvidbro, støk, búgvi á Øresundskollegiunum og havi búð í Keypmannahavn í eitt ár nú.

Hvat fekk teg av landinum?Báðir beiggjarnir hjá mær búði niðri tá, og eg visti, at foreldri-ni hjá mær eisini ætlaðu niður at búgva. So tað var nemt hjá mær at taka avgerð at flyta niður.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Skúlin tekur sína tíð, arbeiði og

vitji vinir og familju.

Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?Eg gleðist hvønn dag um súk-klina hjá mær, haha.. Besta in-vestering ein kann gera, tá ein býr í Keypmannahavn.

Hvat fær títt piss í kók, hvat stressar teg í tí dagliga?Tá eg ikki nái alt, sum eg havi sett mær fyri tann dagin.

Trívist tú? – og orsøk tess?Ja eg trívist væl niðri. Keyp-mannahavn er ein deiligur býur at búgva í, her eru nógv tiltøk at fara til. Eg havi alla fa-miljuna her, og vinir eisini, sum ger at eg trívist enn betri.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Í frítíðini vitji eg vinfólk og fa-

milju. Hugnaligt er at fara á café inn í millum. Og so plagi eg eisini onkuntíð at vera í Kristnastovu.

Fylgir tú við í føroyskum viðurskiftum?Nei, alt ov lítið.

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum mo-dernaðum og ferðmiklum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvus-su ’slært’ tú teg leysan frá gerandisdegnum, ið til tíðir kann vera strævin?Eg kobli ordiliga frá gerandis-degnum tá eg síggi ein góðan film í sjónvarpinum.

Hvør er besta máltíðin?

Tá eg fái grindabúff.

Leingist tú heimaftur? Og hví?Eg havi akkurat verið heima í summarferiu, so í løtuni le-ingist eg ikki heim. Men til tíðir saknar man familjuna og vin-fólkini, sum búgva heima.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Eg haldi at hava gott fólk run-dan um seg hevur stóran týd-ning.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?Ja tað geri eg. Tað er tað van-

liga,’handilin opnar fyrst kl 10’ og ’eg henti líka ein penn’.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Tað er ringt at svara uppá, men eg vænti at eg enn búgvi niðri tá.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Ja, so vil eg gjarna senda vin-fólkunum og familjuni heima eina heilsan við vón um, at tey hava tað gott.

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?Simona Heinesen

Útisetin hesaferð:”Eg gleðis t hvønn dag um súkkluna hjá mær ”

9. september fylti ein sera kendur klaksvíkingur, Hjalmar Waag Høgnesen, pápabeiggi, 85 ár. Um ikki so kendur kring Føroyar, so er hann sera kendur kring um í Norðoyggjum, ein-amest í Klaksvík, í Kall-soynni og í Kunoynni.

Góði Hjalmar, eg fari her at ynskja tær til lukku við áttati fimm ára degnum. Meðan eg siti við hesum reglum, hugsi eg hvussu góður tú altíð hevur verið við meg persónliga. Man-gan havi eg kent fløvan av tínum kærleika sum smádrongur og upp í gjøg-num ungdómsárini.

Eg minnist, at eg var um

10 ára gamal, tá ið tú helt, at eg skuldi uppliva okkurt annað enn at ganga uppi í Djúpumýru og spæla við ein fótbólt. Ikki tí, tú hevði onki ímóti fótbólti sum so, men man bleiv ikki rættur maður á tánn hátt.

Tú tók meg við Barskor, har tú var skipari frá 1965 til 1996, ein túr til Trølla-nesar. Hetta var ein buldra-ligur túrur, tað rullaði illa og havhestarnir fingur met-tuna tann dagin, men uppli-vingin var stór.

Tú vísti mær, hvussu manningin fekk mjól-kardunkarnar í land í Mik-ladali og á Trøllanesi, og tú legði doyin á at eg eisini

fekk loyvi at hjálpa til, men lítil nytta mundi vera í mær.

Eg minnist, at við báðir stóðu í stýrhúsinum, tá ið tú peikaði uppá lendingina á Trøllanesi og segði: “Hygg allur lundin í berginum, sært tú Birgir?” Eg bleiv so bergtikin av tí tú segði, at eg stóð mestsum bara og stardi.

Sjóverkurin var framve-gis í hásæti. Brádliga sigur tú: “Hevur tú hug at koma nærri hasum fuglinum Bir-gir?” Í berum tankaloysi segði eg ja. Fyri at geva mær røttu upplivingina av túrinum, sum tú hevði biðið meg komi við, so rópti tú út á dekkið á ein av man-ningin, um at koma í stýr-húsið, tí tú og eg skuldi í “lítlabát” og upp á land í Trøllanesi.

Tað er ikki frítt, at eg hevði hug at siga nei, men eftir stuttari løtu sótu við báðir í “lítlabáti” saman við einum, sum rói okkum inn á lendingina á Trøllanesi. Eg havi ikki fyri neyðini at siga, at tað rullaði sera illa, men við hjálp frá trøl-lanesmonnum á lendingini, so blivu vit hvør sær syftir uppá land við einum reipi.

Hevði eg kunna valt, so fór eg ikki av oynni aftur,

eg var lívsforskrektur. Tú troystaði meg, at hetta mátti til fyri at fáa ein uppliving – og tað var tað eisini.

Vit brúktu eina løtu á landi at hyggja eftir fugli og ganga niðan í bygdina. Hvar Barskor var hesa løtu-na, tað veit eg ikki, men tú tókst tær góða tíð uppi í bygdini. Prátið við bóndan gjørdist helst drúgvari, enn tú sjálvur hevði ætla.

Eg var helst spektur og sjóverkurin mestsum bur-tur, tá ið tú sigur við bón-dan, at vit mugu fara at rópa á Barskor. Hvussu tað varð gjørt, tað veit eg ikki, men tá ið vit komu oman á lendingina, tá kemur “lít-libátur” inn ímóti lendingi-ni. Eg fekk ikki stundir at hugsa um støðuna, tí stutt eftir sótu vit báðir í báti-num við dugnaliga rógva-ranum í stóru aldunum. Ein ógloymandi túrur.

Góði Hjalmar eg kann greiða frá fleiri slíkum up-plivingum, og ikki minst, tá tú segði við meg, tá eg var um 14 ára gamalur, at eingin kemur sovandi til mans og at eg tí átti at fa-rið og biðið mær ein kjans at egna. Eg var helst ikki so kvikur at biða mær hen-

dan kjansin, og tí hevði tú avrátt við ein bátaeigara, at eg skuldi kom til arbeiðis eftir skúlatíð næsta dag-in. Tá einki var at gera við egning, so hevði tú útvega mær ein kjans á goymsluni Hugo Gardar.

Soleiðis var tú, tú dámdi ikki at ungir drongir einki høvdu til hendurnar. Vit eru nógv, sum hava nógv at takka tær fyri. Eg kun-di hildi fram við stuttli-gum upplivingum, men tað verður at liggja hesa ferð.

Hjalmar, eg veit at tú he-vur upplivað nógv í tínum langa lívið, bæði so og so. Tú misti pápa tín longu árið eftir at tú vart føddur, og so mistu tit sonin Gardar á ungum árum. Tú hevur verið nakað til skips – við Polo, Jóannes Patursson og eisini við norðmonnum og íslendingum.

Tað, ið vit ungu minnast teg best fyri, er, at tú í ok-kara eygum altíð hevur sig-lt sum skipari við Barskor. Tú hevur sagt mær, at tú fórt umborð sama dag sum Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965, og sigldi út í eitt til 1996. Eisini minnast vit, at tú altíð tók so nóg-var myndir, og fari eg ikki heilt skeivur, so eigur tú

uml. 30.000 myndir. Onkra myndaframsýning hevur tú eisini sett upp.

Góði pápabeiggi, takk fyri at altíð ert so áhugaður í, hvat fyriferst í okkara familju í Vestmanna, takk fyri at tú ert so áhugaður í, hvat okkara børn takast við og hvar tey eru. Tað fløvar, tá ið tú ringir og vit fáa tey longu prátini um kvøldar-nar. Nú ein dagin gleddist tú ómetaliga nógv um nýg-gju standmyndina í Mik-ladali. Tú fekst tíverri ikki verið við.

Eg kann ikki lata vera við at siga, at vit hava nógv at takka tær fyri, at tú altíð he-vur verið ein familjukærur pápabeiggi, ikki minst tá mamma okkara doyði og pápi gjørdist einsamallur. Hann hevði stóra gleði av at vitja teg og Billu, sum vóru so góð við hann. Hann helt nógv av tykkum og tosaði ómetaliga nógv um, hvussu tað hevði verið vorðið, um hann ikki hevði møgulei-kan at koma á gátt hjá tyk-kum.

Góði Hjalmar, eg fari her at ynska tær hjartaliga til lukku við áttati fimm ára føðingardegnum.

Birgir Waag Høgnesen

HJALMAR PÁPA-BEIGGI 85 ÁR

Page 7: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 7

Smoltstøðin liggur á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu. Støðin framleiðir laks frá rogni til smolt.

Ein størri útbygging er júst framd og er støðin tann størsta í Bakkafrost samtakinum, framleiðslan verður 4,0 milliónir smolt um árið. Tað starvast 8 fólk á støðini.

Arbeiðsuppgávur· At leggja framleiðsluna til rættis á ein so

tryggan og burðardyggan hátt sum tilber samsvarandi yvirskipaðu málum felagsins

· Starvsfólkaleiðsla· Fíggjarstýring· Framleiðslustýring· Virka fyri góðari fiskaheilsu og vælferð

Førleikakrøv· Góðar leiðslueginleikar og royndir við leiðslu· Áhuga fyri lívfrøði og tøkni· Álítandi og fleksibul· Viðkomandi útbúgving · Dugir at samskifta á norðurlenskum og enskum

Vit bjóðaVit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýmenning eru lykilin til at standa seg í kappingini. Talan er um eitt starv við stórum avbjóðingum, har dentur verður lagdur á tøkni, lívfrøði, effektivisering og trivna.

Løn og setanartreytirLøn og setanartreytir eru sambart avtalu.

Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú væl­komin at seta teg í samband við Leif av Reyni, deildarleiðara, á tel 23 50 72 ella við t­brævi til [email protected].

UmsóknUmsókn til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast við t­brævi til [email protected].

Umsóknarfreist 15. september 2014

Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com

LEIÐARA TIL SMOLTSTØÐÁ NORÐTOFTUM

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk

BAKKAFROST SØKIR

sansir.fo

Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Santa Ólavs kirkjulið, útskrivar hervið kapping um bú-merkið til kirkjuliðið. Ein og hvør kann luttaka.

Kappingartreytir: Búmerkið sipar til kristna boðskapin, er eyðkent og týðiligt, antin tað er endurgivið lítið ella stórt og antin tað er í litum ella svart/hvítt. Einki navn ella heiti er á búmerkinum.Ein dómsnevnd við fakfólki innan list, grafikk/sniðgeving, gudfrøði og kirkju velur trý tey be-stu uppskotini og raðfestir tey. Virðislønirnar eru: nr. 1. 10.000 kr., nr. 2. 3.000 kr. og nr. 3. 1.000 kr. Kirkjuliðið eigur tey innkomnu uppskotini og ger av, um eitt av teimum trimum úrvaldu verður búmerkið ella ikki.

Tíðarfreist og sending:Uppskotið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. oktobur 2014 kl. 16. Uppskotið verður lagt í ein brævbjálva fyri seg, og ein seðil við upplýsingum um avsendara (navn, addressa, tlf. og mail) verður lagdur í ein annan brævbjálva. Sama frámerkið verður sett uttan á hesar báðar brævbjálvarnar, sum verða lagdir í ein brævbjálva uttan avsendara á og sendur til niðan fyri nevndu addressu (og mer-ktur SÓK). Óreglulig sending kann verða vrakað. Luttakararnir fáa boð um úrslitið í viku 42.

Santa Ólavs kirkjulið í Keypmannahavnc/o Jovina Dalsgaard, formaðurKirkebjerg Allé 72720 Vanløse

B Ú M E R K J A -K A P P I N G

SE A SHEPHERD EINAFERÐ ENN

Lurtaði eftir útvarpssen-dingini har tosa var um Sea Shepherd fólkini, og Grindadráp. Góð sending, men har manglaði tann mest týðandi spurningurin: “ Hví fáa hasi óynsktu fól-kini so víðar ræsir at herja á eina smátjóð sum Føro-yar?”. Kanska liggur svarið

í Danmark. Danmark situr í nógv

umrøddu hvalakommi-siónini saman við øðrum tjóðum. Danmark situr harumboðandi Føroyar og Grønland. Danmark hevur jú onga hvalaveiðu, men harafturímóti hava Føroyar og Grønland tað. Henda

hvalakommisionin hevur tiluppgávu at verja stórhva-lin ellaregulera veiðina.

Limalondini í Komisió-nini hava roynt at fingið Danmark viðtil at friða smáhvalin, men mær vi-tandi hevur Danmark ve-rið ímóti hesum. Og herer tað at Danmark kemur í eina tvístøðu ogskal tá ríða á tveimum hestum. Danir skullu sjálvandi ver-ja Føroysk ogGrønlandsk áhugamál, men samstun-disskullu danir vera loya-lir ímótilimalondunum í komisiónini. Tí fái eg tað fatan, at allur hesin sjónle-ikurverður stýrdur úr Dan-mark. Og so tá PoulWatson sjálvur fer at rósa tí danska ákæruvaldinum í Føroyum og ikki minst dómsval-dinum; - tá ernakað heilt

spinnandi galið, tí hasin maðurin tolir ikki rættví-si. Hetta fær meg at hugsa um søguna tá gæsnarsiga: “Vit hava onga neyð; vit eru vælvardar, tí revurin passar uppá okkum!”

Feraráð Føroya og Visit Faroe Islands gera eitt sera gott arbeið at umboða ok-kara vakra land úti í heimi. Ferðaráðið fær eina lítla játtan frá tí vanliga skatt-gjaldarnum. Hendan kundi gott verið størri, men fara vitso yvir til S.S. málið , so eru 30 til 40 mill. kr. avset-tar at brúka í 4 mðr. Einans til eitt endamál: at svína føroyingar til úti í stóru verð, og at lýsa føroyingar sum blóðtystar psykopatar sum læra børnini at drepa alt sum rørist rundan um tey. Her kunnu vit síggja

kontrastir. Meti tað eru fáir før-

oyingar sum tosa við so nógvar útlendingar sum undirritaði fiskaseljari í Vágsbotni. Tí har koma rættuliga nógv fólk, bæði vanligi ferðamaðurin, ban-kafólk, advokatar, politi-karir og ikki minst tíðind-afólk og sjónvarpshold. Har royni eg altíð at siga mína søgu um okkara va-kra land. Til seinast spyrji eg altíð tveir spurningar : “ Hvat halda tit um Før-oya Land?” og svarið teir geva er tað sama. Tey siga sum við einari tungu: “Tit eiga eitt vakurt land við rei-num umhvørvið og reinum sjógvi. Eitt av teimum fáu paradísum sum eru eftir á jørðini. Tit hava skyldu at ansa væl eftir hesum landi”.

Sea Shepphard er næsti spurningur. Tá broytist andlitsbráðið og gerst meiri álvarsamt. Tað er sama ein-mælta tala eg hoyri: “Sleppi tykkum av við hasi fólkini , loyvi teimum ikki inn í tykkara land. Tit eiga hetta landið , og hasi fólkini vilja tykkum bara ringt.”

Tøkk til tykkum fáu løgt-ingsfólk sum vilja leggja hetta álvarsmál fyri tingið og støðga hasum ófriðar-kroppunum. Vónandi vera tað allir tinglimir sum vil-ja verja okkara land ímóti slíkum. Tit eiga at vera ok-kara verja ímóti tí ófrætta-kenda sum kemur uttanífrá.

Mortan Johannesen

Page 8: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 20148

Tilsamans 20.000 ferðafólk eru komin í landi í Norðhavnini í ár.

Meinhard Petersen stjóri á Klaksvíkar Havn, sigur, at tað er dagligdagur at teir mugu avvísa skipum tí eftirspurningurin eftir kajplássi í Klaksvík er mu-nandi størri enn Klaksvíkar Havn megnar at bjóða.

- Býráðið eigur beinan vegin at taka stig til at lein-gja kajkantin í Norðhavnini til tað tvífalda, soleiðis at vit fáa 640 metrar av kaj-kanti í Norðhavnini afturat teimum 320 metrarnar vit hava at bjóða í dag.

Skipini gerast alsamt fleiri og størri og so skjótt sum hetta skipið fer avs-tað, koma russisk skip, ið liggja og bíða eftir kaj-

TAÐ SANSAR AT HJÁ KL AKSVÍK AR HAVNAT GEVA Ø LLUM N Ø K TANDI K AIPL ÁSSÍ dag, mikudag, liggur Aida Bella í Norðhavnini,. Ferðamannaskipið hevur 2000 ferðafólk og einamanning, sum telur um 600 í Norðhavnini. Hetta er samstundis seinasta av teim 10 ferðafólka-skipunum, sum vitja okkum í ár. Og tað sýnist bert at økjast við ferðamannaskipum, tí longu núhava 11 ferðafólkaskip biðið um kajpláss í Norðhavnini í komandi ári.

Page 9: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 9

plássi í Norðhavnini, sigur Meinard Petersen, stjóri á Klaksvíkar Havn at enda.

Sera nógv skipaferðsla er eisini inni á vágni. Og hóast

tað ikki er besta kajplássið til so stór skip, so verður kajkanturin vestarumegin brúktir til russisk skip av og á.

Við Kósabrúnna er títt og ofta trongligt og tað sær eisini út til, at nýggja monteringskajin, sum fyri stuttum bleiv tikin í nýtslu

við bedingina, er fult upp-tikin av skipum nærum alla tíðina.

Tað var av mongum hil-dið at vera eitt vágaverk

tá fari var undir at byggja atløgubryggju í Ánunum, men longu nú verður rópt eftir meira plássi til øktu skipaferðsluna.

TAÐ SANSAR AT HJÁ KL AKSVÍK AR HAVNAT GEVA Ø LLUM N Ø K TANDI K AIPL ÁSS

Page 10: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 201410

Sunnudagin verður 22. umfar í Effodeildini leikt.

EB/Streymur-SkálaEB/Streymur kann við sigri her leggja seg á 3. pláss, um Víkingur tapir móti B36. EB/Streymur hevur bara tapt ein dyst av sei-nastu sjey. Skála manglar Brian Jacobsen, sum he-vur leikbann, men annars eru nærum allir mans tøkir hjá báðum liðunum. Við Margáir eigur EB/Streymur ikki at fáa trupulleikar av komandi 1.deildarliðnum. Tipping: 1

ÍF-B68Spurningurin er, um luft-in er farin úr ballónini hjá hesum báðum liðunum? ÍF hevur 6 stig upp til Europa League, meðan B68 hevur 12 stig upp til niðasta liðið uppiyvir niðurflytingar-strikuni. Tá bara 18 stig eru eftir at spæla um, so sigur tað seg sjálvt, at B68 er

farið niður, meðan ÍF mø-guleikarnir eru sera avmar-kaðir. Tí kann talan blíva um ein keðiligan dyst. Men ÍF er á heimavølli og vil hava ein møguleika at røk-ka topp 4 eina tíð afturat, og tí vinnur heimaliðið ein tepran sigur. Tipping: 1

NSÍ-ABNSÍ manglar Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen vegna leikbann, og so er spurningurin, hvussu breiður hópurin er.

NSÍ hevur vanliga gott tak á AB, og higartil í ár hevur NSÍ eisini fult stigatal móti teimum trimum niðastu liðunum. NSÍ er eisini við í kappingini um Europa League pláss, og tí skal heimaliðið vinna hendan dystin. Tað mesta talar fyri einum heimasigri, hóast AB, sum ikki hevur nógv at spæla fyri, mangan hevur yvirraskað á útivølli í ár. Tipping: 1

B36-Víkingur

B36 tapti á heimavølli móti KÍ seinast og tað hevur gjørt, at árstalsfelagið nú er meira trýst enn áður, tí sum øllum kunnugt, so er seinasti dysturin á árinum í Gundadali millum B36 og HB. Tann dysturin kann koma at avgera FM heitið, um B36 ikki er meir enn 3 stig frammanfyri. Tískil skal B36 helst vinna allar 5 dystirnar fram til tann dystin. Tað er trupult at meta um Víking til hendan dystin. Steypið og Europa

League er sum vanligt ko-mið í hús áðrenn endaspur-tin og so bíðað vit eftir, um motivatiónin framvegis er til staðar hjá Víkingi, sum ikki hevur nakran FM mø-guleika longur. Er Víkingur optimalt fyri, so verður talan um sera spennandi dyst, sum kann fara báðar vegir, men lættast er at tip-pa uppá ’’svanga’’ og topp motiveraða oddaliðið, sum eisini spælir á heimavølli. Tipping: 1

KÍ-HBKÍ manglar Ísak Simon-sen og HB manglar Alex dos Santos í mun til sei-nast. Hjá KÍ kann tað fara at merkjast betri, tí Ísak hevur spælt fleiri góðar dystir í miðverjuni saman við Jonas Flindt Rasmus-sen seinastu tíðina. KÍ he-vur bara latið tvey mál inn seinastu fýra dystirnar, har tríggir av teimum hava ve-rið á útivølli. HB kann ikki brúka nakað annað enn ein sigur hendan dystin og tað sama kann sigast um KÍ. HB hevur ikki tapt í Klaks-vík síðani 2005. Hesir dy-stirnir plaga nærum altíð at vera sera undirhaldandi og tað fer hesin helst eisi-ni, tí KÍ hevur eisini nógv at spæla fyri og hevur góð úrslit seinastu tvey umføri-ni. Her eru møguleikar hjá KÍ. Eisini tí at HB manglar m.a. Símun Samuelsen og Christian Mouritsen, sum mangan hava verið eyðsýn-dir móti KÍ. Men HB sten-dur sum oftast eftir sum vinnarin, tá hesi bæði liðini møtast. Tipping: 2

Jákup Ósá

K Í HE V UR EIN M ØGULEIK A MÓTI HB

Heili 23 mans vóru á dómaraseðla-num, tá Føroyar spældu landsdyst móti Finnlandi. Hesir leikararnir geva allir sínum feløgum pengar frá UEFA, sum tó fellir til feløgini hjá teimum og ikki landsliðslei-kararnar sjálvar.

Til seinastu EM undankap-ping vóru landsliðspengar-nir eitt stórt evnið í Før-oyum. Hesir gera, at fleiri

feløg fáa stórar pengaupp-hæddir, meðan tað ikki fer nøkur króna til uppruna feløgini. Síðani tá hevur FSF ei heldur gjørt nakra skipan, sum uppvigar ella mótroknar hesum, har t.d. upprunafelagið fær ein part

av køkuni. Sum skilst er ivasamt, um nøkur heimild er fyri at gera nakra broy-ting.

Motherwell, Vejle, AC Hor-sens, AaB, Fremad Ama-ger, Skjold, Ålgård, FCK

og Levanger eru útlendsku liðini, sum føroysku leika-rarnir umboðaðu hendan dystin. 23 leikarar vóru á dómaraseðlanum og býtið millum føroysku feløgini var hetta:

HB: 4

B36: 3Víkingur: 2EB/Streymur: 2NSÍ: 2KÍ: 1

Seinastu EM undankapping fekk hvørt felag eitt stað

millum 30.000 og 35.000 kr. fyri hvønn leikara, sum var á einum dómaraseðla. Upphæddir frá UEFA pla-ga at hækka, so siga vit, at upphæddin hesaferð verður 35.000 kr. fyri hvønn lei-kara, so verður býtið hetta millum feløgini eftir fyrsta dystin.

HB: 140.000 kr.B36: 105.000 kr.Víkingur: 70.000 kr.EB/Streymur: 70.000 kr.NSÍ: 70.000 kr.KÍ: 35.000 kr.

Siga vit so, at hetta býtið verður alla EM undankap-pingina, so skal hendan upphæddin faldast við 10. Sum skilst koma pengarnir til feløgini seinast í 2016.

Jákup Ósá

SO NÓGVA R L A NDSLIÐS-PENG A R FINGU FEL ØGINI

Mynd: Álvur Haraldsen

Page 11: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 11

SA LT S Ø L A N ELL A S JÓV INNUHÚSIÐ KOSTAR TILSAMANS 100 MIÓ. KR.Tórshavnar havn keypti saltsølu-bygningin í 1995 frá trotabúgvi fyri kr. 1,5 mió. Og tá bygningurin er klárur at leiga út kosta teir gott 7.100 fermetrarnir Tórs-havnar Havn og Tórshavnar Kom-munu 100 mió. Kr.. Tað gongur fram í skjalatilfarið at Býráðið hevur stórar ætlanir um at brúka skrivstovurnar sum hava allar nútímans hentleikar til at leiga út til ymiskt vinnu-ligt virksemið. Hetta hevur fingið Alman-naráðið at spyrja kommununa um hvørjum kommu-nalum endamálið verkætlanin tænir.

Fram til summarið 2011 leigaði M.J.Saltsøla siloina, tá teir valdu at flyta á annað stað.

Saltsølan verður Silicon ValleyTann 27. August 2013 er formaðurin í Vinnunevn-dini hjá Tórshavnar Býráð í útvarpstíðindasending hjá Kringvarp Føroya, har hann sigur at ætlanin er at nútímansgera bygningin hjá Tórshavnar Havn fyri 45 mió. Kr. og at Vinnu-nevndin í Tórshavnar kom-munu ímyndar sær eitt kve-ikingarstað eins og ”Silicon Valley” á Vestaru bryggju.

Tað er endamálið við gamla bygninginum, har Saltsølan helt til, og sum verður nútímansgjørdur fyri einar 45 miljónir kr..... Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum, verður sagt í samrøðuni.

Tann 14. August 2014

samtykkir býráðið at sam-laða “nútímansgerðin” skal kosta 73,9 mió. kr. og við keypsprísið, projektering v.m. hevur Tórshavnar Havn brúkt góðar 100 mió. Kr. uppá Saltsølubygningi.

Í 2007 gjørdi Kommu-nalaeftirlitið greitt yvir fyri Gøtu Kommunu at kommunulógin loyvir ikki kommunum at reka vinnu-ligt virksemið. Sum grund-regla kann ein kommuna heldur ikki leiga út, men tó kann verða undantak um kommuna hevur yvir-kapasitet og hesin yvirka-pasitetur kann merkja tap fyri kommununa. Undir øllum umstøðum kann ein kommuna ikki byggja seg til ein yvirkapasitet…….. skrivar kommunala eftirli-tið í niðurstøðu síni.

Í seinastu viku bað Kom-munala eftirlitið Tórs-havnar Kommunu um at greiða frá hvørjum kommu-nalum endamálið verkætla-nin við Sjóvinnuhúsinum/Saltsøluni tænir.

Norðlýsið hevur biðið um viðmerkingar frá borgar-stjóra, vinnunevndarfor-manni og kommunustjóra, men enn er eingin viðmer-king komin.

------

Úr skjalasavninum hjá Tórshavnar Kommunu.Tann 29. Mars 2012samtykkir Tórshavnar Býráð eina ætan at klæða Saltsølubygningin og ar-beiðið verður mett at kostað 20 mió. kr., sum skal fíggjast av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2012. Í skjalatilfarinum frá við-gerðini í býráðnum er greitt at talan er um eina stásili-ga ætlan hjá kommununi at

stimbra vinnilívið:.....bygningurin eigur at

innrættast soleiðis, at hann kann brúkast til ymiskar tørvir, og til fleiri smærri og kanska onkra miðal-stóra fyritøku. Leiguupp-hæddin verður avspeglað í íløgukostnaðinum, tí skulu loysnir finnast, har tað er ein standard leigupakki, hvar tað so er møguligt at velja ymiskar kvalitetir til.

.....Umsitingin hevur ar-beitt víðari við uppskoti-num um leigukonsept og skipan av innihaldi í salt-sølubygninginum......

Tilmæli frá havnameista-ranum: Mælt verður til at at taka undir við uppsko-tinum, og at leggja tað al-ment fram, soleiðis at mø-guligir leigarar kunnu geva sín áhuga til kennar.

.....Góðskustøðið á ymsu økjunum verður fjøl-broytt. Av tí, at verkstøð og goymslur skulu virka í sama bygningi sum mats-tova og skrivstovur, verður spennið stórt millum rá ar-beiðsrúm og tignarlig fun-darrúm.....

.....Ætlanin er, at nýbyg-gingin skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovu umhvør-vi, samstundis sum spor av gamla saltsølubygninginum verða varðveitt. T.d. er æt-lanin, at innsíðan av útveg-gjum eru gomlu betong-veggirnir, sum bert verða pussaðir og málaðir....

Skrivstovuøkini liggja fram við útveggjunum, við undantak av á 1.- 2.- og 3. hædd, har onki ljós ke-mur til í tí partinum, sum vendir norðureftir móti Bacalao. Skrivstovuøki-ni verða skyldraði frá høvuðsgongdini gjøgnum bygningin, men ikki deild upp í smærri skrivstovur.

Loysnir fyri uppdeiling í smærri skrivstovur skal finnast, sum so leigarin ger eftir tørvi........Bygningurin verður upphitaður við sjóg-vhita.....

......Mettur kostnaður fyri innrætting 59 mió.

.......Aftan á at leigukon-septið fyri bygningin hevur ligið alment frammi, hevur tað verið ein ávísur áhugi fyri at leiga í bygningi-num, men tað eru ikki allir leigararnir, sum hóska so væl til ætlaninar, tað at fy-ritøkurnar í høvuðsheitum skuldu arbeiða við sjóvinnu og menning av hesari. ......Mælt verður eisini til, at gera eitt sokallað «memo-randum of understanding» við tær fyritøkurnar, sum hóska til konseptið, sole-iðis at tær kunnu flyta inn í bygningin, tá hann er liðugt umvældur........Býráðið 12. desember 2013: Einmælt samtykt.

Tilboðini vóru lætin upp tann 16. juni 2014.

Áðrenn farið varð undir projektering av innrætting, varð samlaði kostnaðurin mettur til kr. 59 mió......Beint áðrenn tilboðini vórðu opnaðið, metti ráge-varin at kostnaðurin ble-iv kr. 64,5 mió, umframt ókent og projektering/ef-tirlit. Fyri at fáa kostnaðin nakað niður hava sam-ráðingar verið við teir, sum høvdu tey lægstu tilboðini, umframt at sjógvhitin og fyrilestrarsalurin í siloni er tikin burtur úr projekti-num.

Í staðin fyri sjógvhita, er gjørt klárt til at binda í ein møguligan framtíðar fjarðhita.

...... Aftan á samráðingar er støðan hendan:

Meting 2013 - samlaði kostnaðurin kr. 59 mió.

Nýggj meting gjørd í 2014 segði 64,5 mió kr.

Tá tilboðini vóru komin inn í 2014 var prísurin 75 mió. Kr.

Tá sáttmálið var undir-skrivaður við arbeiðstak-arar var prísurin 73,9 mió. Kr.

(bygnings. 32,5 – Gólv 2,1 – Máling 1,6 – Múrari 5,2 – EL 8,6 – HVS 14,5 – Trygging, eftirlit o.a ókent 9,4)

Um tikið verður undir við at innrætta fyri 73,9 mió kr., er samalði kost-naðurin fyri innrætting og klæðing umleið 94 mió. Kr.

......Hetta merkir, at býráðið fáa 7.100 m2 fyri góðar 13.200 kr/m2....

Havnameistarin mælir til at gera arbeiðtøkusáttmálar sambært nevnda uppskoti, og at játta 73,9 mió kr, at fíggja av íløgum hjá Tórs-havnar havn fyri 2014 og 2015.

Fíggjarnevnd 14. august 2014:Ein meiriluti, Heðin Mor-tensen, Tróndur Sigurðs-son, Sjúrður Olsen og Ann-finn Brekkstein, samtykkir at taka undir við vinnu-nevndini og beinir málið í býráðið. Ein minniluti, Jógvan Arge, tekur støðu á seinni fundi.

Býráðsfundir 14. august 2014:Marin Katrina Frýdal setti fram soljóðandi broytinga-ruppskot: Mælt verður til, at bygningurin bur-turav verður upphitaður við sjóvarhita, og at málið verður beint aftur í vin-nunevndina til at útvega neyðuga fígging.

Fyrst varð atkvøtt um uppskotið hjá Marinu Ka-trinu Frýdal at beina málið

aftur í nevnd, ið fall við 5 atkvøðum fyri og fimm ímóti, meðan 4 býráðslimir ikki greiddu atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Sigrún Mohr, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal. Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Tróndur Si-gurðsson, Bogi Andrea-sen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen. Greiddu ikki atkvøðu: Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Jákup Dam.

Jógvan Arge setti síðani fram soljoðandi broytinga-ruppskot:

Mælt verður býráðnum til at taka undir við, at byg-ningurin burturav verður upphitaður við sjóvarhita, fíggjað av íløgum hjá Tórs-havnar havn fyri 2014 og 2015. Broytingaruppskotið hjá Jógvani Arge fall við 3 atkvøðum fyri og 8 ímóti. 2 býráðslimir greiddu ikki atkvøðu. Fyri atkvøddu: Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Tróndur Si-gurðsson, Bogi Andrea-sen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuel-sen. Greiddu ikki atkvøðu Elin Lindenskov og Sigrún Mohr.

Borgarstjórin setti síða-ni fram soljóðandi broy-tingaruppskot:Mælt verður býráðnum til at taka undir við vinnu-nevndini við teirri broyting, at spurningurin um endali-ga orkuloysn verður lagdur fyri býráðið aftur í seinasta lagi um tveir mánaðir.

Broytingaruppskotið hjá borgarstjóranum varð sam-tykt við 10 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og 3 býráðsli-mir greiddu ikki atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Elin Linden-skov, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Sa-muelsen og Sigrún Mohr.

Greiddu ikki atkvøðu: Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

Page 12: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 201412

Seinasta og ógvusligasta átakið á havinum frá týska kavbátaflotanum móti kon-voyunum í Norður Atlants-havi. Serliga vóru teir eftir konvoyunum, sum sigldu úr USA til Murmansk at hjál-pa russum við útgerð móti týska álopinum.

Tíðliga í januar 1943 var ódnarveður í Norður At-lantshavi, so týsku kav-bátarnir fingu ikki gjørt nakað ímóti teimum sa-meindu konvoyunum. Í Berlin fekk Hitler eitt av sínum illsinnisherðindu-num. Hesaferð vóru tað ikki teir stormraktu kav-bátarnir, sum vóru orsøkin til hansara øði, men tvey av dyggastu skipunum í týska herflotanum, og fór úrslitið at ávirka framtíði-na hjá kavbátaflotanum. Førarin var uppøstur, tí sei-nastu dagarnar í -42 hevði slagskipið Lützow og tun-gi krússarin Hipper latið konvoyina sleppa óskalaða fram við Noreg og inn til Murmansk. Orsøkin var lutvís tann, at Hitler sjálvur hevði givið boð um, at hansara stóru herflotaskip skuldu fara varliga fram og helst halda seg undan, um tey fingu mótstøðu frá bretska flotanum; men Hit-ler var ikki førur fyri aftan á at skilja úrslitið av sínum útsøgnum. Hann legði á tann 66 ára gamla stórad-miralin Erich Räder. Hann gav Räder boð um at skrap-pa eftirverandi stórskipini og taka tungu kanónirnar úr teimum og brúka tær á landi. Räder helt ímóti,

men tá Førarin ikki broytti meining, so segði hann seg úr starvi.

Hitler valdi beinanvegin Karl Dönitz sum hansara eftirmann, eitt stig, sum gav teirra nýggja ágrýtna leiða-ra óavmarkaðar møgulei-kar at styrkja kavbátaflotan. Hetta gav 51 ára gamla Dö-nitz møguleikan at brúka meginpartin av fíggingini til wolf-pack, úlva-riðilin. Hann var sannførdur um, at bert við at byggja fleiri og fleiri U-bátar, kundi man venda gongdini hjá tí hart kroysta Týsklandi. Dönitz hevði fingið leiðsluna yvir kavbátunum, og fyri at fáa menn og tilfar at styðja sína ætlan, so fór hann fyrst undir at vinna álit frá Før-aranum. Hann metti ikki hetta at vera ófýsið, tí hann var hugtikin av útsøgnum Hitlers um “vit og ágrýt-ni”. Ólíkur fráfarna und-angongumanninum, sum samskifti við skjølum og skrivligum frágreiðingum, so vitjaði Dönitz javnan høvuðssæti Hitlers og kom so við og við inn í kjarnina. Í samrøðunum við Hitler, skilti Dönitz, at best var at seta upp stóru linjurnar og helst á stór lørift, soleiðis at Hitler gjørdist hugtikin og fór út at sveima í sinum til-tiknu sjónhvørvingum.

Hitleri dámdi nýggja leiðaran og hansara bjart-skygni og treiskni. Á ei-num av fysrstu fundunum gjørdi Hermann Göring eina snubbisliga viðmer-king um herflotan. Ólíkur øðrum, sum vóru rundan

um Føraran, so var Dönitz bersøgin. Hann bað Göring halda skarpan og taka sær av sínum. Bert innantanna láturin frá Hitler breyt tøg-nina. Tað, sum innsiglaði viðurskiftini teirra millum, var harðleiki og miskun-narloysi Dönitzar. Hóast hann ongantíð ivaðist í yvirskipaðu hernaðaræt-lanum Hitlers, so helt hann upp á sítt viðvíkjan-di kanónunum á herflota-num, hóast tað málið hevði trýst Räder úr starvinum – framtíðin hjá stóru her-skipunum. Hann metti, at tað fór at vera lítið skilagott at taka tey úr tænastu, tí so fór tað at gera, at sameindu flogførini fóru at vera leys at ansa teimum og heldur fóru at brúka sína orku upp á at søkja at kavbátunum, so Dönitz fekk Hitler til at kalla aftur boðini. Eftir hetta var Hitler so bundin av herferðini á landi, at hann sjáldan legði seg út í viðurskiftini viðvíkjandi herflotanum.

Størsti sigurin hjá Dönitz var viðvíkjandi bygging av kavbátum. Førarin økti um tillutanina av stáli, og hann

slepti fákarbeiðarunum un-dan hertænastu, um tað var tørvur á teimum til at byg-gja kavbátar. Ein av størstu sigrun hansara var, tá Hitler góðtók ætlanina um at flyta ábyrgdina av bygging av kavbátum frá flotadeildini til Albert Speer, ráðharra fyri herútbúnað. Avgerðin var staðfest, nú fákmenni-nir hjá Speer kundu fram-leiða tríati kaavbátar um mánaðin, og soleiðis fáa talið av kavbátum upp á tað støði, sum Dönitz hevði mælt til í 1939, um teir skuldu hava møguleika fyri at vera ein avbjóðing móti herflotanum hjá teimum sa-meindu.

Dönitz fór at hava brúk fyri øllum kavbátunum. Teir sameindu, sum møttust í Casablanca í Januar 1943, høvdu lagt størsta dentin á at vinna á kavbátunum. Tað mest sjónliga átakið frá tei-mum – at bumba støðirnar í Biscaya Víkini – hevði lítla ávirkan. Bumburnar fóru ikki ígjøgnum 22 fóta se-ment bunkararnar, har kav-bátarnir vóru krógvaðir, so eingin bátur varð skaddur. Men teir sameindu høv-

du aðrar miðlar móti kav-bátunum, nú meira skuldi flytast sjóvegis tvørtur um Atlantshavið.

Samstundis sum tilnev-ningin av Dönitz sissaði Hitler, og tað sá ljósari út fyri kavbátamegini, so bat-naði veðrið í Norður At-lantshavinum. Av tí at tað er torført at stýra smáum skipum í illveðri, so høv-du kavbátarnir í januar bert søkt 39 skip, 203.128 tons, og var talið tað lægs-ta í meira enn eitt ár. Men í Februar hevði Dönitz ti-kið aftur kavbátar úr far-vatninum við Marokko og innsiglingina til Gibraltar sundið, har tað ikki eyd-naðist teimum at seinka sameindu landgongdina í Norður Afrika í novem-ber. Av næstan 400 kav-bátum, har meira enn 200 vóru siglingarklárir, so vóru 164 ætlaðir at vera í Atlantshavinum. Stóra ta-lið og betri veður gjørdi mun beinanvegin. Í februar 1943 søktu teir 63 skip ella 359.328 tons.

Tað var ikki bara talið, men avrikið hjá einum

einstakum kavbáti, U-402, sum eggjaði moralin í U-báta høvuðsætinum i Berlin. U-402 hoyrdi til riðilin av 16 bátum, sum 4. februar kom fram á eina konvoy við 63 skipum, sum skuldi frá Norður Ameri-ka til Sovjet. Eitt fylgi av átta bretskum, fronskum og amerikonskum herski-pum – eitt óvanliga stórt tal um hetta mundið av kríg-num – fylgdi konvoyini, sum hevði navnið SC118. Samanbresturin var so óg-vusligur, at Dönitz nevndi hann “kanska harðasti kon-voy bardagin undir øllum krignum”.

Í næstan tríggjar dagar fingu teir sameindu mei-ra burtur úr bardaganum. Destroyararnir og hini an-tikavbataskipini forðaðu úlva-riðlinum, sum nú var øktur til 20, at søkkja ein áleypara og løsta fleiri. So náttina til 7 februar fór U-402 til arbeiðis. Kap-teynurin var barónurin Siegfried von Forstner, ein preussiskur aristokratur. Beiggi hansara, Wolfgang, var kapteynur á einum øðrum kavbáti. Forstner,

ANNAR HEIMSBARDAGI byrjaði f yrst í september 1939

Alex Sólstein umsetti úr esnkum juli 20141. partur

Týskur kavbátur frá 1943

Karl Dönitz

Erich Räder

Page 13: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 13

sum hevði søkt 5 sameind skip í november, var á síni sættu ferð. Hann var lærli-gur hjá fyrrverandi tiltikna Otto Kretschmer, og dugdi at sníkja seg um herflot-askipini og leypa á konvoy-ina innanífrá.

Aftan á midnátt legði Forstner til merkis, at stýri-borðssíðan á konvoyini var óvard,og sigldi hann seg ein fjórðing ímóti næsta skipinum. Hann byrjaði at skjóta stutt eftir klokkan 0200, og fyrsta torpedoin rakti eitt minni farmaskip. Tvær torpedoir fóru fram við einum stórum tanga-báti, men tann triðja rakti, og tankarin fór í luftina. Við at sníkja seg í einum gloppi har afturi í konvoy-uni helt Forstner fram við at jagstra. Áðren dagur reis, hevði U-402 søkt fýra skip afturat. Í lýsingini kom de-kningur frá bretskum flog-førum, so Forstner tók seg burtur frá konvoyuni. Sein-ni um dagin kom lukkuyn-skingarfjarrit frá Dönitz og áminning um at “standa stinnir!”

Forstner gjørdi sum álagt. Hóast mekaniskar trupulleikar, so hekk U-402 í konvoyuni og royndi at sleppa sær undan RAF Li-berater flogførunum, sum drønaðu omanfyri mesta av degnum. Ta náttina rakti kavbáturin aftur eitt bretskt farmaskip og brúkti sína seinastu torpedo at søkkja tað. Morgunin eftir, tann 9. Februar, setti U-402 kós móti støðini í La Pallice. Kompressararnir lóku, og ein av motorunum gekk bert við fimm av seks cy-lindarum. Forstner hevði søkt sjey skip í minni enn 24 tímar og økt mongdina av tonsum við meira enn 100.000. Á heimferðini fekk kapteynurin eini ra-dioboð frá Dönitz, sum heiðraði hann við ridda-rakrossinum.

Kappabrøgdini í februar vóru bert forspælið. Bar-dagin móti konvoyuni SC118 hevði kostað Dönitz tríggjar søktar kavbátar og fýra illa løstaðar. Men tak-kað veri byggiskipanina hjá Speer, so hevði hann bátar

klárar til útskifting. Men at finna roynda manning var ein onnur avbjóðing. Til 1943 hevði kríggið kravt so nógva manning, at hon var komin at markinum, og venjingartíðin mátti min-kast fyri at halda tørn við skjótu økingina av flota-num. Fleiri kavbátar vóru tøkir, men teir máttu leggja frá landi við óroyndum kap-teynum og manning. Men hóast tað, so kundi Dönitz telja 70 kavbátar ymsa stað-ni á havinum og 114 á veg út og inn úr havn. Ikki færri enn 45 kavbátar pløgdu seg gjøgnum siglingarleiðirnar í norðurhøvum, sum vóru fyltar við konvoyum. Hvør-ja viku var í meðal ein á veg eysturyvir og ein ves-turyvir. Kavbátarnir fingu fleiri fyri: Fyrstu dagarnar av mars søktu manningar-nar hjá Dönitz 41 sameind skip. Stríðið um Atlants-havið var við at koma á eitt cresendo.

Klimatiska kríggið – tað størsta í krígnum – leikaði í í fimm dagar í mars, tá 42 kavbátar vóru ímóti meira enn 100 farmaskipum við fylgi. Týska B-tænastan

kundi avlurta bretsku radi-otænastuna og kryptografi-ski parturin umborð á kav-bátunum vóru pallurin, har alt hendi. Avgerandi boðini – millum tey 175 sameindu radiosignalini, sum vórðu týdd av týsku B-tænastuni í tríggjar vikur – vóru tekin um, at tvær eystureftir sig-landi konvoyur, SC122 og HX229, vóru farnar úr New York fyri trimum døgum síðani. Tær vóru fullastaðar við lívsneyðugum tilfari: mati, lokomotivum, flogfø-rum, og stríðsvognum.

Dönitz var avgjørdur um at gera av við báðar kon-voyurnar og gav tí boð um senda størsta fylgið av kav-batum nakrantíð, tríggjar úlva-riðlar (Wolf Packs) við 38 kavbátum. Fyrsti riðilin, sum nevndist Raubgraf, (ránsmannabarónurin), skuldi hava støð í ein land-synning av Ný Fundlandi. Longur eysturi teir báðir – Stürmer (ribbaldurin) og Dränger (veiðuhundu-rin) – skuldu vera stongsil í opinum í Miðatlantinum, einar 200 til 300 fjórðingar breitt, og sum var uttan fyri økið, hagar sameindu flog-førini rukku frá landi av.

Tær báðar vaktarlinjurnar strektu seg 600 fjórðingar úr norður í suður.

Dönitz visti ikki um eina triðju konvoy, sum var býtt burtur úr HX229, áðren tær fóru úr New York og var seinast at leggja frá landi. Hon hevði heitið HX229A og fekk norðastu kósina og kom trygg undan lúran-di kavbátunum. Høvuðs-konvoyin, SC122, kom fram við suðurendanum av Raubgraf, sum var tann vestasti av úlva-riðlinum. At byrja við kláraði tann skjótari siglandi systur-konvoyin HX229 at sleppa undan sunnara vaktarpar-tinum av Raubgraf. Ód-narnáttina 15. mars fekk U-91 eyga á ein bakborðs destroyara úr fylginum, so tríggir aðrir av úlva-riðli-num fóru undir at jagstra. Men týskurin misti fongin, so konvoyin slapp fram við Raubgraf-riðlinum.

Um náttina sigldu tær báðar konvoyirnar – ei-nir 150 fjórðingar millum teirra – inn í gloppið mil-lum týsku vaktarlinjurnar, uttan at nakar fekk ferðil-in av teimum. Við at bíða har eysturi kundu riðlarnir

Stürmer og Dränger uttan iva kunnað fingið eyga á konvoyirnar. Men tíðin var avgerandi. Hvør tími bar konvoyirnar nærri eysturá, so møguleikin fyri stuðul frá sameindum flogførum vaks fyri hvønn tíma, sum gekk.

Men heppni var við U-bátunum í lýsingini 16. mars. Ein av Raubgraf kav-bátunum var undan kavi stimandi á heimveg. Hann hevði lítið av brennievni og bert eina torpedo og við einari diesel maskinu, sum var hálvt í ólagi. Kvarter-meistarin, Heinz Theen, sum var á brúnni, rakti knappliga við nakað. “Eg sá eitt ljós beint framman fyri mær, men bert eitt ella tvey sekund,” fortaldi hann seinni. “Eg haldi tað var ein sjómaður, sum festi sær í eina sigarett. Eg sendi boð til kapteynin, og tá hann var komin upp á brúnna, sóu vit skip alla staðni run-dan um okkum.”

U-653 var komin mitt í skjótu konvoyina, HX229, við 37 farmaskipum fylgd av trimum destroyarum og tveimum korvettum. Týskararnir bóltaðu seg

niðurundir og kavaðu við brestin, meðan teir lurtaðu eftir skipunum, sum spaku-liga sigldu oman fyri teir. “Vit hoyrdu gjølla ljóðið frá teimum ymsu maski-num og motorum,” minnist Heinz Theen, “diesel við skjótum umdreygningum, dampmaskinurnar hóvliga-ri og so tað syngjandi ljóðið frá turbinunum á destroya-rum og korvettum”. Kavbá-turin bíðaði í tveir tímar, til øll skipini vóru farin fram-við. So kom kavbáturin upp og sendi eini stutt boð í kodu og fór loyniliga at elta HX229, sum hevði norðliga kós og sigldi níggju míl.

Radioboðini streymaðu skjótt frá høvuðsstøðini hjá Dönitz á Hotel am Stein-platz í Berlin. Allir kav-bátarnir í Raubgraf, Stür-mer og Dränger fingu boð um at sigla móti konvoyuni við fullari ferð, og um nát-turðatíð vóru fyrstu sjey riðlarnir í nánd av HX229. Mánin var næstan fullur, so gráin av skipunum var sjónligur. Teir báðir krús-sararnir í stýriborð sigl-du seks fjórðingar frá, og U-603 við kapteyninum Hans-Joachim Bartels-mann, slapp lættliga inn í opið millum fylgið og konvoyina. Bartelsmann hevði longu søkt tveir nor-skar tangabátar á síni seks viku ferð og hevði bert fýra torpedoir eftir. Tríggjar av teimum vóru FAT, Fede-rapparat, ella snældufjaðra torpedoir, sum stýrdu beint eitt strekki, men síðani fóru at vingla aftur og fram. Hesar torpedoir kundu flyta seg aftur og fram í kjala-vørrinum á skipi til tær antin raktu ella streymurin gekk út. Áðrenn teir sendu eina tílíka avstað, so áva-raðu teir gjøgnum radio kavbátarnar í nánd, so teir kundu kava, skuldi ein tílík koma vinglandi ímóti ei-num vinarfelaga.

Í kavbátatorninum á U-603 stóð vaktarmaðurin Rudolf Baltz og kikaði. Klokkan 08.00 slepti hann FAT torpedounum í eini salvu. Men júst í teirri løtu skifti konvoyin kós, so allar tríggjar hvurvu uttan ávir-kan. Bara sekund seinni

Irenee du Pont. Amerikanskur fragtdampari. 6.134 tons og sigldi 16 míl. Rýmdi úr konvoyuni, men varð fangaður og torpederaður av týskum kavbáti.

Narriva. Enskt farmaskip, 8.700 tons. Øll manningin bjargað, tá skipið varð søkt 17. mars 1943.

Page 14: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 201414

sendi Baltz seinastu tor-pedoina hjá U-603, ein av vanliga slagnum, og hon reyk út úr rørinum og beint fram og rakti. Fýra minut-tir seinni stóð farmaskipið Elin K, sum førdi 7.500 tons av hveiti og mangan, upp eftir enda og fór sna-randi niður í dýpið. U-603 hevði fingið sítt triðja offur á ferðini. Tá eitt av fylgiski-punum steðgaði á at taka upp undankomnar sjómenn frá Elin K – so saknaðist bert kettlingurin hjá einum av manningini – men týs-kararnir hildu fram at leypa á frá somu síðu. U-758, við kapteyninum Helmut Man-seck, sum í loynd hevði elt konvoyuna í meira enn tólv tímar, rækti tvey farmaskip.

Alla náttina flokkaðust kavbátarnir rundan um teir-ra skotmál. Stutt fyri lýsing sendi Bernhard Zurmühlen úr U-báti 600 fimm torpe-doir eftir fimm ymiskum skipum. Av dekkinum á fraktbátinum Irénée du Pont, sá loytnanturin Frank Pilling, ein amerikumaður, “djúpt undir vatnskorpuni tvær strikur av oljukendum sjógvi koma lið um lið við nógvari ferð og rættari kós. Har var eingin tíð at ávara nakran, tí í somu løtu var eitt skelkandi krasj.” Skipið hjá Frank sakk, men hann varð bjargaður. Aðrar tor-pedoir raktu frystiskipið Nariva, sum var lastað við 5000 tonsum av kjøti, og tangabátin Southern Prin-cess, sum fór í luftina sum eitt romerskt ljós – so ta náttina skoraðu týskarnir 10 skip, sum antin sukku

ella fingu stóran skaða.

120 fjórðingar í ein land-nyrðing vóru aðrar eld-tungur, sum lýstu upp náttarhimmalin og av-dúkaðu konvoyina SC122. Oyðingin her kom ikki frá einum svarvandi riðli, sum við ta skjótu konvoyina, men frá einum sera fram-fýsnum áleypara. U-338 var triðji báturin við í ha-sum átakinum og var spil-durnýggjur. Ein fyrrveran-di Luftwaffe pilotur var kapteynur og hevði bert fáar mánaðar venjing sum

kavbátakapteynur. U-338 hevði higartil bert søkt eitt skip, og tað var tað ivi um. Tá báturin varð gjør-dur klárur til sjósetingar í Emden, vórðu fleiri endar kvettir, so báturin fór slein-gjandi oman eftir bedingini og rendi í ein áarbát, sum sakk. Manningin gav báti-num eyknavnið Svaka Es-lið og málaði ein hóskandi málning á komandotornið.

Náttina til 16. mars 1943 kom U-338 ein fjórðing undan konvoyuni og gjør-di klárt at senda torpedoir. Kinzel og hansara vakt-

aroffiserur, loytnanturin Herbert Zeissler, máttu royna at gjøtla seg fram, tí har var so stórsjógvað, at tað forðaði fyri sam-bandinum millum eygle-iðarakikaran á brúnni og torpedo útroknaran. “Vit máttu gera álopið lutvís við berum eygum og sigta torpedoirnar við at venda bátinum móti hvørjum ein-støkum skotmáli,” minnist Zeissler. Vit sendu tær tvær fyrstu móti teimum skipu-num til høgru handar, sum vóru nøkurlunda sjónlig. So máttu vit venda í bakborð

og miða næstu torbedoirnar móti skipunum í næsta rað-num. Tá var U-338 so tætt við eitt annað skip – minni enn 200 metrar – at Zeis-sler sá ein mann fara gan-gandi eftir dekkinum við eini lummalykt.

Tríggjar av torpedou-num frá Kinzel brestu móti málinum: tveir fraktbátar, sum vóru fremstir í teirra rað. Fjórða rakti ikki æt-laða málinum, men rakti skipið – ein gamal plimsol-lari – aftanfyri. Fraktskipi-ni í nánd sendu flykrubluss at lýsa upp økið. Ì ljósinum

skutu fleiri av manningini rakettir og við maskinkanó-num móti kavbátunum. U-338 snaraði hart í stýri-borð, sendi hekkutorpedoi-na og kavaði niður í tryg-dina. Torpedoin fór skeivt, fór diagonalt millum minst fýra røð av skipum í kon-voyuni, og eftir seks minut-tir bresti hon inn í ein frakt-bát heilt í aftasta raðnum. The “Wild donkey” hevði søkt fýra skip í minni enn 10 minuttir. Teir vóru ikki greiðir yvir, hvussu nógv skip – teir høvdu bert hoyrt tveir brestir – so hátíðarhelt manningin hjá Kinzel hen-dingina við einum morgun-mati við pylsum og jarðber-jum og róma. Meðan teir ótu, doyðu fjøruti enskir og hálendskir sjómenn. Sole-iðis hildu ræðuleikarnir í krígnum fram...

Elin K. Norskur farmabátur, bygdur í Bremen 1937, 8.400 tons. Manning 35. Var við í konvoyuni HX229A og søktur 17. mars 1943 av týskum kavbáti. Øll manningin og teir 6 bretsku hermenninir, sum passaðu kanónirnar, vórðu bjargaðir.

Southern Princess. Bygdur 1915 sum hvalakókari, men undir WW II brúktur sum tangabátur. 15.000 tons og sigldi 10 míl.

Konvoy við eskort. krússarum og frigattum við ballón hangandi om-

anfyri sum verja móti flogførum.

Les framhald í næsta blað

Page 15: Nordlysid nr 29 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 29 FRÍGGJADAGIN 12. SEPTEMBER 2014 15

Keypmannahavn: Fríggja-dagin og leygardagin vóru nógvir føroyingar samlaðir úti á Amager Strand til ga-man og gleim. – Fyrireika-rarnir høvdu í tonkunum við fyrireikinginum, at hetta skuldi gerast ein før-oysk fólkafest. Sigast má, at tað eydnaðist. Tað var heitt og fjálgt, og tað elvdi til ein heitan tjóðskaparli-gan stemning føroyinganna millum.

MíttLand í menningSeinast í septembermánað í fjør var MíttLand eisini á skránni. Hesini eydnaðist ikki eins væl og festivalurin farna vikuskiftið. – Festi-valurin í ár var bæði betri fyriskipaður, umframt at

hann var tveir dagar í mun til tann eina dagin í fjør.

Hesin varð betri fyriski-paður á tann hátt, at barr-viðurskiftini vóru betri, ljóðið var betri og tað stóra tjaldið til hendan festivalin, gjørdi at eingin óttaðist nø-krum regndropa. Á ’góðum’ føroyskum: fyrireikararnir høvdu ’garderað’ seg. – Í

ár hevði kanska ikki verið brúk fyri einum tjaldið, tí veðrið var av tí besta. Tað var lýtt, stilli og turt. Men tað tóktist ikki at bila. Tað bleiv ikki ov heitt inni í tjaldinum. Kanska til teir heilt stóru konsertirnar. Tað hevði eisini vorðið heitt, um hesar konsertirnar vóru uttandura.

Jú, tað sóust sjónligar be-tringar á festivalinum í ár í mun til í fjør. MíttLand hevur longu ment seg nógv.

FólkafestTað var eisini talan um føroyska fólkafest í fjør. Men karmarnir í ár vóru enn betri til eina fólkafest. Tað merktist. – Hans Fróði

Hansen, ein av fyriskiparu-num, gleddist almikið um akkurát hetta:

- Stemningurin hevur verið heilt ótrúliga góður í ár. Fólkafestin, sum vit høvdu í huga, hevur riggað til fulnar. Tað er soleiðis at MíttLand skal verða, sigur Hans Fróði.

- Og tað er okkurt, sum

bendir á, at økið hevur rig-gað væl í ár, sigur ein væl nøgdur Hans Fróði Hansen.

- Festivalurin verður en-durtikin í 2015, sigur Hans Fróði Hansen avgjørdur at enda.

Danial Viðoy

MÍT TL AND: EIN HEITUR OG FJÁLGUR FESTIVALURFarna vikuskiftið var MíttLand á skránni; hetta var annað árið á rað, at tað varð skipað fyri MíttLand. Reportarin hjá Norðlýsinum í Keymannahavn var sjálvsagt á staðnum. Eygað sá, at føroyingarnirhugnaðu sær og at stemningurin var góður.

Vilt tú vera við til at bera vinnuna framá? Megnar tú at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? Klárar tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn og halda høvdið kalt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum!

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnu húsið. Ráðgevin skal serliga ráðgeva byggivinnuni um byggimál og samskipa áhugamálini hjá vinnuni innan yrkisútbúgvingar, útboð av verkætlanum og karmar fyri vinnuna annars. Ráðgevin skal eisini arbeiða við øðrum uppgávum fyri vinnugreinafeløg og arbeiðs gevarafeløg í Vinnuhúsinum.

Arbeiðið fevnir um at• ráðgeva limum• samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum • lýsa mál og gera frágreiðingar• viðgera lógir og kunngerðir • luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum• vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum

Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.

Vit vænta, at tú• hevur útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra viðkomandi hægri útbúgving • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir • hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst• hevur góð samstarvsevni• dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum

og enskum

Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi.

Ráðgevi til Vinnuhúsið

Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnugreinafeløgini.Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo.

sansir.fo

Føroya Arbeiðsgevarafelag // Vinnuhúsið // Postsmoga 1038 // FO-110 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // [email protected]

Løn eftir avtalu.

Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi mánadagin 22. september 2014, kl. 12.00. Umsóknin við skjølum skal sendast til [email protected].

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tel. 30 99 00.

Page 16: Nordlysid nr 29 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

KÍ kvinnurnar skulu bara vinna tveir dystir afturat av seinastu 5 dystunum, so eru tær FM vinnarar fyri 15. ferð á rað.

Seinasta sunnudag spældi KÍ í Gundadali móti B36. Og hóast stóri profilurin Rannvá B. Andreasen ikki var við, so eydnaðist tað KÍ at vinna 3-1. B36 kom á odda við máli frá Sú-sonnu Mariu Hansen í 28. minutti. Men longu í 31. minutti hevði KÍ lagt seg á odda 2-1. Málini skoraðu Malena Josephsen og Gud-

ny Johannesen. Í seinna hálvleiki staðfesti Gudny Johannesen KÍ sigurin.

5 umfør eru eftir at spæla. KÍ er 11 stig frammanfy-ri EBS/Skála. Tað merkir, at vinnur KÍ tveir dystir afturat, so eru kvinnur-

nar FM vinnarar fyri 15. ferð á rað. Fyri tveimum vikum síðani vann KÍ ei-sini steypakappingina, so alt talar fyri, at KÍ vinnur greipuna í 2014.

- Eina lítla løtu eftir málið hjá teimum líka sum vaknaðu vit og spældu

skjótt kombinatiónsspæl og blivu fríðar tvær ferðir og tað var gott, at tær sko-raðu. Tað virkaði sum, at tað skuldi eitt mál til B36 til fyri, at vit skuldu vakna. Stemningurin í hópinum er góður og sjálvt um ein er hesi 11 stigini fremst,

so er einki avgjørt, segði Rannvá B. Andreasen við KVF. Tvífaldi málskjúttin hjá KÍ, Gudny Johannesen, var samd. - Í dag høvdu vit eitt sindur av trýsti á okkum, tú vit skulu vinna nakrar dystir afturat, men eg haldi at tað gongur fínt,

og vit skulu nokk klára tað. Vit taka ein dyst í senn og taka tað har frá, segði Gudny Johanneen við KVF eftir dystin.

KÍ kvinnurnar spæla ikki aftur fyrr enn 21. septem-ber á Argjum móti AB.

KÍ K VINNURNARN ÆRK AST GREIPUNI