nordlysid nr 28 2014

20
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 FISKABORÐIÐ Á SJÓMANNADEGNUM EIN ÓTRÚLIGA SPENNANDI AVBJÓÐING” SVÍK IKKI ORÐINI Í NEYÐINI 75 ÁRA MINNI: Á heysti 1939 gav Gyldendal út skaldsøguna »Barbaru« eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Tó at pallurin er sø- guligur, er hetta eingin fornlig lýsing. Bókin er eins nógv nýtíðarlig, grundað á egnu lívsroyndir høvundans... SOFUS HJÁ DAGMAR OG SMJ MÍTT LAND EINGIN OLJUDANSUR MEN HAWAII SHORTS LAWAL OG ANDY SETTIR Í SAMBAND VIÐ KÍ STJØRNAN FYRIEIKAR SEG

Upload: nordlysid

Post on 06-Apr-2016

261 views

Category:

Documents


9 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 28 Fríggjadagin 5. sept. 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 28 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

”FISK A BORÐIÐ Á S JÓM A NN A DEGNUMEIN ÓTRÚLIG A SPENN A NDI AV BJÓÐING”

SV ÍK IK K I ORÐINI Í NE Y ÐINI75 ÁRA MINNI: Á heysti 1939 gav Gyldendal út skaldsøguna »Barbaru« eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Tó at pallurin er sø-guligur, er hetta eingin fornlig lýsing. Bókin er eins nógv nýtíðarlig, grundað á egnu lívsroyndir høvundans...

SOFUS HJÁ DAGM A R OG SMJ

MÍ T T L A ND EINGIN OLJUDANSUR MEN HAWAII SHORTS

LAWAL OG ANDY SETTIR Í SAMBAND VIÐ KÍ

STJØRNAN FYRIEIKAR SEG

Page 2: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 20142

Vegna eigaran verður línuskipið Riba við hesum lýst til sølu.

Skipaupplýsingar Havnarkenningarnr.: KG391 Kallimerki: OW2221 Heimstaður: Klaksvík Byggiár: 1960 Skipasmiðja: Esbjerg Skibsværft & Maskinfabrik Bruttoregistartons: 53,45 Nettoregistartons: 17,65 Longd: 17,89 metrar Breidd: 5,52 metrar Dýbd: 2,32 metrar Maskina: Mitsubishi S6A3-MPTA 330 KW Veiðurættindi: 118,58 fiskidagar (bólkur 4B)

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Kredittdeildina á tel 348 000 ella við telduposti til: [email protected].

EIK BANKI P/F

Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen eru á veg til B36.

Jákup Ósá

Sosialurin skrivaði í vikuni, at B36 leikarin Adeshina Lawal, sum í ár hevur verið millum bestu leikararnar í Effodeildini, er møguliga á veg til KÍ. Eisini ÍF er sett í samband við Lawal, nú tað verður roknað við, at Clayton Soares ikki væn-tast at halda fram í Føroy-um. Blaðið skrivar, at KÍ hevur áhuga í leikaranum,

men at neyvan nøkur av-gerð fyriliggur fyrr enn ein venjari er komin uppá pláss. Somuleiðis er Andy Olsen settur í samband við bæði síni fyrrverandi feløg, KÍ og ÍF. Norðlýsið hevur verið í sambandi við keldur í KÍ um Lawal seinastu da-garnar, men har tykist einki vera sum bendur á, at nak-ar sáttmáli verður undir-skrivaður við Lawal, sum støðan er nú. Somuleiðis er sera stilt kring Andy Ol-sen, men tað kann sjálvandi eisini vera, at KÍ leiðslan heldur samráðingarnar sera loyniligar. Annars ljóðar sambært Sosialinum, at Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen eru í sam-ráðingum við B36, og at hesar eru komnar langt.

Kristoffur Rag-narsson væntar,at hópurin møguliga er endaligur, tá vikan er úti.

Jákup Ósá

Í fjør hevði Stjørnan eitt trupult ár, tí útskiftingin á liðnum var stór. Kristoffur Ragnarsson er formaður í Stjørnuni og hann sigur, at hópurin hjá besta kvinnu-liðnum er um at koma uppá pláss. Somu útlendingar koma aftur.

- Vit hava gjørt avtalu við sama venjara og sama mál-verja, sum vit høvdu seina-sta kappingarár. Harafturat arbeiða vit við at styrkja

liðið á tveimum øðrum plássum og vónandi kemur tað uppá pláss skjótt. Av okkara egnu, so vóna vit, at Una Váðklett tekur eitt tørn aftur, tí ein so royn-dur leikari er gull verdur hjá øllum liðum. Harafturat vænta vit, at Judit Hansen kemur aftur og hesar høvdu heilt vist styrkt væl um, si-gur Kristoffur Ragnarsson. Hann dugur ikki at meta um, hvar á stigatalvuni

Stjørnan kemur at stríðast komandi kappingarár.

STJ Ø RNAN F YRIEIK AR SEG

L AWAL OG ANDY SET TIR Í SAMBAND VIÐ KÍ

Page 3: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 3

Game changers Marknaðurin broytist. Hvussu tillaga vit okkara virksemi og hugsanarhátt og gerast framtíðar vinnarar?Dr. Jonas Ridderstråle – Bestseljandi rithøvundur

Vit heiðra vinnuna Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin

Vinnugransking Bogi Bech Jensen hevur góðar royndir við tvørfakligum samstarvi millum lærdar háskúlar og vinnuna.Bogi Bech Jensen – professari og stjóri

Op på lakridserneHann stovnaði bara 23 ára gamal fyritøkuna, sum longu er vorðin eitt kent brand kring allan heimin.Johan Bülow – stjóri og stovnari av Lakrids by Johan Bülow

Kjak: Hvat skulu vit duga? Hvussu útbúgva vit føroysku arbeiðsmegina til tann tørv, ið vinnulívið og samfelagið hava?

Vinnudagurin mennir vinnuligan hugburð, skapar stoltleika í vinnuni og økir um virðingina um vinnuna. Vinnudagurin er hátíðardagur vinnunar. Her leggja vit gerandisdagin til síðis, fáa íblástur og vitan og tosa um felags áhugamál.

Melda til nú á industry.fo

Kom við tilVinnudagin26. september

sansir.fo

Page 4: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 20144

Svík ikki orðini í neyðini– tankans tól og einastu ímynd –

Tey at styrkja og bjarga frá dirvisloysi– tað er skaldsins dýra skylda

— Harry Martinson (1904-1978). Skaldaskyldan

Tað er undranarvert, so nógvir føroyskir høvundar stíga úr tí liði, ið borið var í heim um aldaskiftið 1900. Kendastir teirra millum eru William Heinesen, Jør-gen-Frantz Jacobsen, Chri-stian Matras og Heðin Brú.

Teir báðir fyrr nevndu vóru føddir og vuksu upp í Havn, í einum umhvørvi, har danskt mál var ráðandi. Teir skrivaðu bøkur sínar á donskum, men vóru før-oyingar í sinni. Teir báðir seinnu vóru føddir og vuk-su upp úti á bygd – á Viða-reiði og í Skálavík – har føroyskt mál ljómaði reint í frásøgum og samrøðum. Teir skrivaðu bøkur sínar á føroyskum – ríkan skalds-kap, tá ið hugsað verður um máltóna og stíl. Fyrimyndir

fyri yngri ættarlið gjørdust teir.

William Heinesen (1900-1991) legði fyri sum lýriskt skald, sum í viðkvomum náttúrulýsingum endurge-vur menniskjunnar skift-andi hugløg. Men fólk á okkara døgum kenna hann ivaleyst best sum søgusiga-ran, ið við stuttsøgum og skaldsøgum sínum við kæti – men tó við inniligari fa-tan – gyklar fram ta litríku tilveru, fólk livdu í í heim-sins minsta høvuðsstaði – í

heimsins miðdepli – fyrra helming av tjúgundu øld. – William Heinesen var eisini tikin úr leikum sum myndlistamaður.

Jørgen-Frantz Jacobsen (1900-1938) fekk stutta ævi at virka í. Tað skriv-liga, ið liggur eftir hann, verður ofta skift sundur í ein yrkisbókapart, ið telur søguligar ritgerðir og tíðar-greinir – sjáldsama greiðar og vitbornar – og ein fagur-bókapart við skaldsøgu-ni »Barbaru« (1939) og

brævasavninum um ‘dýr-mæta lívið’, ið vinmaðurin William Heinesen greiddi til prentingar og varð givið út undir heitinum »Det dy-rebare liv« (1958).

Christian Matras (1900-1988) er lýriskt skald, ið skarar framúr. Við fyrsta savni hansara í 1926 kom nýggjur tóni inn í føroyska yrking; náttúran fekk mál: fjallið, bergið, kletturin og hyljastrondin, og í hesum viðoyingi hevði føroyski bókaheimurin fingið sín

størsta heimstaðarlýsara. Úr hondum hansara komu eisini týdningarmikil týða-raverk, tá ið hann flutti so kendar høvundar sum Jonathan Swift, Francois Voltaire, Anatole France, William Heinesen, Jør-gen-Frantz Jacobsen og Al-bert Camus yvir í føroyskt mál. Eisini nakrar av ken-dastu sálmum Kingos he-vur hann umsett.

Heðin Brú (1901-1987) er fyrst og fremst prosahøvun-dur. Í øllum seks skaldsø-

gunum, hann legði úr hon-dum, lýsir hann føroyska samfelagið í eini broy-tingatíð á mótinum millum bóndasamfelag og fiski-vinnusamfelag ella millum miðøld og eina nýggjari tíð, har samfelagslig fjøtur verða loyst. Í styttru prosa-verkunum – savnað í fýra søgu- og hugmyndasøvnum – finna vit fullbornar stutt-søgur, frálíkar náttúrulý-singar einstaklingalýsingar, sum – bornar av tokka og varnum kæti – geva mynd av føroyinginum, ið hevði røtur í gamla bóndasam-felagnum. – Vit minnast eisini Heðin Brú sum týða-ran, ið flutti eitt nú Sha-kespeare, Dostojevskij og Hamsun yvir í føroyskt.

Um rákið í føroyskum bókmentum hetta tíðarske-iðið annars er at siga, at bæði yrkjarar og prosafólk leggja frá landi í bókmen-tatíðarritinum »Varða-num«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær sosialrealistiskur skalds-kapur dagsins ljós seinast í 1920-árunum.

Stóra skaldsøgutíðin í føroyskum bókmentaheimi rísur upp úr kavi. Skaldini í hesum tíðarskeiði skriva ei-

SVÍK IKKI ORÐINI Í NE YÐINI75 ÁRA MINNI: Á heysti 1939 gav Gyldendal út skaldsøguna »Barbaru« eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Tó at pall-urin er søguligur, er hetta eingin fornlig lýsing. Bókin er eins nógv nýtíðarlig, grundað á egnu lívsroyndir høvundans. Tað, sum horvdi bein-leiðis út ímóti lívinum, kravdi megi og allan hug høvundans í bestu árum, og ikki fyrr ennógrøðandi sjúka byrgdi fyri hesum, gav hannseg upp til skaldskapin. Og Jørgen-Frantz Jacobsen sveik ikki orðini í neyðini. Úrslitið varð ein skaldsøga,sum nú í 75 ár hevur borið boð um hann og Føroyar víða um lond

Pól á Kletti skrivar

Jørgen-Frantz Jacobsen (1900-1938).Tað er undranarvert, so nógvir føroyskir høvundarstíga úr tí liði, ið borið var í heim um aldaskiftið 1900. Jørgen-Frantz var ein teirra, føddur og uppvaksin í Havn, í einum umhvørvi, har danskt mál var ráðandi. Hann skrivaði á donskum, men var føroyingur í sinni

Prospekt av Vesturuvág í Havn. – Christian Rosenmeyer, ið var annar stjórin í Vágsbotnshandli Niels Rybergs, teknaði myndina í 1778. Vágsbotnur fekk navnið Frederiksvaag eftir Fríðriki kongi V, ið gav Ryberg handilsloyvi. Og tað er í teim døgum, hesin kongur ráddi fyri borgum, at hendingarnar í skaldsøguni um Barbu og harra Pál fara fram

Page 5: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 5

nar tjúgu skaldsøgur – o.u. helmingurin upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.

Á yrkjaraøkinumn fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skalds-kap við hvøssum broddi.

Stuttsøgan eigur góð kor meðan sjónleikurin enn ty-kist tøva í sama stampi.

Borin til at skrivaJørgen-Frantz Jacobsen var borin í heim í Havn 29. no-vember 1900. Hann hevði tokka til býin, har hann var føddur, og havnarmonnum rósar hann fyri ágrýtni og humor. Hann var ikki fyl-tur sekstan, tá hann fór til Danmarkar á studentaskúla í Sorø.

Henda burturflytingin nervaði hann einki, men

menti nátúrligu trongd hansara til at meta um mu-nin millum danskt og før-oyskt lyndi, soleiðis sum hann sá hesi fyri egnum eygum.

Her var eitt, Jør-gen-Frantz Jacobsen ikki vildi dylja fyri sær sjálvum ella øðrum: Tjóðskapa-reyðkenni føroyinga vóru royndur lutur; eins sonn, skillig og rótfest og hjá

dønum. Jørgen-Frantz helt danir vera lítið kunnigar við hetta. Í grein í Politi-ken: ‘Danskheden paa Fær-øerne’ royndi hann 25 ára gamal fyrstu ferð at lýsa dansk-føroyska spurningin fyri almenninginum.

Jørgen-Frantz las tá søgu og franskt mál á lærda háskúlanum í Keypmanna-havn, men lestrartíðin royn-dist long og trupul. Longu

tvey ár eftir studentsprógv gjørdi tuberklasjúkan vart við seg. Tað, ið eftir var av lívi hansara, skifti hann so javnan millum sjúkrahús og hvíldarstaðir; í millum-bilum var linni, og helt hann seg tá vera frískan, men so herjaði sjúkan á hann aftur.

Tíðliga visti Jør-gen-Frantz Jacobsen, at hann var borin til at vera

skrivandi maður. Longu blaðungur skrivaði hann. Í 1920 hevði hann gjørt eina roynd at skriva eina skald-søgu, og í 1921 vóru tvær yrkingar prentaðar í dan-ska tíðarritinum Tilskue-ren. Um ársskiftið 1933-34 hevði hann aftur ætlan um at skriva eina skaldsøgu; hon varð tó av ongum, tí hann tá framvegis helt seg vera føran fyri at skriva

Hví skulu vit stúra fyri deyðanum? Lívið hevur jú so nógvar týdningarmiklar up-pgávur, sum mugu loysast fyrst.

— Kungfutse (uml. 550-480 f.Kr.). Kinverskur lærari og heimspekingur

Seinnu árini visti Jørgen-Frantz hvønn veg tað bar, og legði hann í síðstu dýr-goldnu løtum nógv av hugsan síni, sø-gusjón og egnum royndum í tað verkið, sum eftir deyða hansara gjørdist tann stundandi lívsins Barba, sum vit í bók-mentaheiminum hava verið í ferðalagi saman við í 75 ár.

Jørgen-Frantz Jacobsen var frágera íðin og dugnaligur brævskrivari. Vin-maðurin og javnaldurin William Heine-sen, sum átti eitt savn upp á tilsamans um 1500 tættskrivaðar kvartsíður, skrivaðar í árunum 1918-1938, læt í 1958 prenta eitt úrval av brøvum Jørgen-Frantzar un-dir heitinum »Det dyrebare liv«. Sjálvur lýsir hann í fororðunum bókina soleiðis:

»Henda dagbókin er sostatt komin at vera lýsingar frá dagliga lívinum, meðan Jørgen-Frantz las í Keypmannahavn; lý-singar frá ferðum, har sum eg ikki var við, og seinast, men ikki minst: lýsingar og hugleiðingar av mongum sjúkrale-gum á hospitalum og bróstsjúkrahúsum. Ein høvuðsparturin hevur eisini skap av endurminningum frá barndómi og fyrsta ungdómi.«

Chr. Matras týddi hetta savnið til før-oyskt og Emil Thomsen gav tað út í 1976 við heitinum »Dýrmæta lív«.

Á vári 1934 fær Jørgen-Frantz Ja-

cobsen sær búgv eitt sindur uttan fyri Keypmannahavn, og ætlar hann sær nú at liva friðarliga við bókum og tónleiki í fríløtum og sínum vísindaliga starvi. Í brævi til William Heinesen tvey ár fram-manundan sigur hann seg hava í umbú-na at skriva eina skaldsøgu, og William stuðlar honum í hesum. Og í einum bræ-vi til hansara sigur Jørgen-Frantz:

»Ætlan mín at skriva bókina tykist at hava hugtikið teg næstan eins nógv og meg sjálvan. Hevði eg ikki Føroyar at verma meg við, so hevði eg mist gávuna at kenna gleði. Hetta sigi eg uttan kens-lueymd og uttan breggj. Men soleiðis er. Heldur fátækur alt lívið, men føroyingur enn altráur at vinna sær óføroyskan fra-ma.«

Barba, í roynd ein kvinna, Jør-gen-Frantz hevur havt tokka til alt frá ungum árum, er komin aftur úr útlon-

dum. Hon hjálpir honum at setast í búgv og er honum holl vinkona. Men stokkut er henda gleði. Longu í juni 1934 varð Jørgen-Frantz aftur sjúkur. Og nú fer so at ganga niður á bakka við heilsuni. Tað tykist vera honum greitt, at lívið verður ikki langt. Men hann fellur ikki í fátt; hugprúður og vitbjartur stríðist hann ímóti sjúkuni. Hann er nú á Vejlefjord Sanatorium (í Eysturjútlandi) og fer her undir skaldsøguna »Barbaru«.

Tvær ferðir eydnaðist Jørgen-Frantzi at gerast so frægur, at hann kemur aftur til Føroya at ferðast, í 1935 og 1936. Á sumri 1937 er hann aftur á Vejlefjord og liggur har deyðsjúkur og stríðist við at fáa »Barbaru« lidna. Og nú nýtir hann allan sín alsk til Føroya. Hendingarnar í bókini letur hann fara fram í átjandu øld, men øll fólkini, sum hann yrkir inn í hetta tíðarskeiðið, hevur hann tikið úr

samtíðini. Hetta fáa vit at vita úr brøvu-num. Barba, sum vit hava hildið verið ta illa kendu Beintu í søgnini, er eingin onnur enn yndiskvinna Jørgen-Frantzar (sí Else Cederborg: Estrid. En biografi over Estrid Bannister Good. Lindhardt & Ringhof 1983). Hon, sum var honum trúgv á sín hátt, men sum altíð var »fyri falli«, sum hann tekur til.

Í brøvunum til William Heinesen síg-gja vit Jørgen-Frantz Jacobsen fyri ok-kum veikan, men fullan av lívsvilja. Vi-tið glógvaði til tað síðsta og pennurin var í hondini.

Tøkkin til lívið fjaraði ongantíð bur-tur. Meðan likamið líðandi tærdist upp, gav Jørgen-Frantz persónunum í skald-søguni hold og blóð, so at teir gjørdust livandi fyri okkum; og hann skapti nát-túrulýsingar, ið eru sprotnar úr so ríkum sinni, at vit gloyma tær aldri.

Í dýrgoldnu síðstu løtum

William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen í Keypmannahavn 1924. Áhaldandi brævaskifti teir-ra millum árini 1918-1938 gevur ikki bert eina góða mynd av mentaskapi teirra, men eisini eina klára tíðarmynd av samfelagnum ymsar vegir fyrra hel-ming av tjúgundu øld

Vejlefjord Sanatorium. Meðan likamið á sjúkralegu her líðandi tærdist burtur, gav Jørgen-Frantz Jacobsen persónunum í skaldsøguni »Barbaru« hold og blóð,

so at teir gjørdust livandi fyri okkum. Og hann skapti náttúrulýsingar, ið eru sprotnar úr so

ríkum sinni, at vit gloyma tær aldri

Jørgen-Frantz Jacobsen var frágera íðin og dugnaligur brævskrivari. William Heinesen átti eitt savn upp á til-samans um 1500 tættskrivaðar kvartsíður og læt í 1958

prenta eitt úrval av brøvum Jørgen-Frantzar, »Det dyreba-re liv«. Chr. Matras týddi hetta savnið til føroyskt og Emil

Thomsen gav tað út í 1976 við heitinum »Dýrmæta lív«

Page 6: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 20146

doktararitgerð í søgu.Fyrstan tá ið tuber-

klasjúkan av álvara gjørdi enda á øllum vónum at kun-na gerast granskari, og tá ið sambandið við ta kvinnu, ið kom at hava so nógv at týða fyri hann, Estrid Bannister, eitt stutt skeið var vorðið meira inniligt, fekk hann so at siga tað tilfar upp í hen-durnar, sum gjørdi hann til tann skaldsøguhøvund, ið vinmaðurin William Hei-nesen hevði eggjað honum til at vera. Sí hetta brot úr brævi frá Williami til Jør-gen-Frantz 14. mai 1928:

»Sjálvandi er tað rós vert, at tú hevur sýnt gávur og dugnaskap sum greina-høvundur, søgumaður, po-litikari. Men tínar gávur at bera fram ta gudakendu goymsluna av poesi, sum í tær býr, eigur eisini at vera ment.«

Jørgen-Frantz fekk hugsko-tið til »Barbaru« í august 1934, og tað er í hesum síðsta, vónleysa tíðarske-iðinum í lívi sínum, at hann totast við handritið til hesa skaldsøguna, ið honum ikki eydnaðist at fullføra.

Hann hevði ætlað sær at skriva útgang í trimum kapitlum, sum skaldsliga skuldu vera hæddin í bóki-ni. Men hann doyði áðrenn, og loyndarmálið um tað, sum í hesum útgangi skuldi standa varð ongum kun-nugt, og honum sjálvum he-vur tað kanska heldur ikki verið heilt greitt. Bendi bert á hetta í einum brævi á, at útgangurin í bókini skul-di vera eins og ein sálmur oman á alt tosið.

Hóast hesin útgangur vantar, kennist bókin liðug og heilskapað.

Eitt lítið takkarblunk

Eg havi kent fólksum høvdu dýrar morgnarvið lívsins fylling og virðifólk sum gingu við deyða-num í hondunumog sum vistu tað.

— Chr. Matras(1900-1988). Morgnar

Jørgen-Frantz Jacobsen andaðist 24. mars 1938, bert 37 ára gamal. Tað er undranarvert, at tað skuldi eydnast honum, deyðsjúkur sum hann var, at skapa het-ta stórverk, sum skaldsøgan »Barbara« er, og tað boðar bæði frá seiggi og sálar-styrki. Við tolni og treiskni vinst á nógvum, og undir búði sannføringin um ikki at svíkja orðini í neyði-ni – tankans tól og einastu ímynd. Men eisini tann meira blúgva játtanin um, at bókin skuldi vera »eitt lítið takkarblunk við eyga-num til lívið«.

Fáar dagar eftir at Jør-gen-Frantz var farin til gravar, skrivaði William Heinesen til Chr. Matras, at »nú er tað bókin ‘Barbara’, ið umræður. Vit, sum vóru hansara vinmenn í góðum og ringum, eiga at gera tað, vit eru mentir at reisa honum henda av sonnum virðiliga varða« (8/4 1938).

Men hetta gjørdist trup-lari enn so, tí í fyrsta umfa-ri hevði skiftirætturin lagt hald á blýantsskrivaða han-dritið, og tá ið tað meira enn hálvt ár seinni varð keypt leyst úr búnum og sent Gyl-dendal í maskinskrivaðari avskrift, vildi forlagið ikki geva tað út, vísandi til, at hetta var óliðugt verk.

Hetta hevði við sær, at William Heinesen tók á seg at skriva handritið av nýggjum. Hann bøtti um gloppið í kapitlinum

»Veðurfastur« (tá harra Pál var veðurfastur í Mykine-si), men gjørdi annars bara smávegis rættingar í máli og innihaldi. Um hetta skri-var hann m.a. til Chr. Mat-ras 15. februar 1939:

»Eg má siga, at eg hevði væntað mær eitt mei-ra fløkjasligt handrit; í veruleikanum hevur Jør-gen-Frantz greitt tað væl og vandaliga úr hondum.«

Síðst í mars 1939 gjørdi Gyldendal av at geva »Bar-baru« út í tí lítið broytta skapi, sum William Hei-nesen hevði givið handrit-

inum, og skaldsøgan kom út mikudagin 6. september 1939. Í hesum døgum fyri 75 árum síðan.

Lívsins sterki drykkurByrjan »Barbaru« tekur við í 1934 á Vejlefjord Sana-torium, har Jørgen-Frantz doyði. Um ætlan sína við skaldsøguni skrivar hann á sjúkralegu síni 20. august 1937:

»Tað er ikki einans eina søgu, eg vil skriva, ikki hel-dur einans eina mynd, eg vil geva av Føroyum, men eina djúpa lívskenslu, eg vil royna at fáa fram; ja, at

endanum kanska eina tøkk til lívið, eg vil siga. – Ein sterkur drykkur er lívið; í góðum og illum menn-andi fyri hann, ið ikki fær ilt fyri hjartað at drekka hann. Hetta skuldi verið perspektivið, eitt sindur banalt kanska, men alt, sum skal hava alment gildi, er á tromini av tí banala. Mest ræður um, hvussu tað verður ført fram.«

Var tað eydnast Jør-gen-Frantzi at skriva bóki-na lidna, soleiðis sum hann hevði ætlað, hevði útsýnið í henni kanska verið klára-ri, men kámt er tað kortini ikki. Í síðsta kapitli má Bar-ba, ið annars hevur verið við yvirlutan, sjálv smakka ósigurin – tøma hin sterka drykkin. Hon ernast ikki av honum, og hon er ikki før fyri at takka fyri hann. Bar-ba umboðar ikki hásinnið í bókini, ikki vísdómin, men sæla dárskapin. Hon er ein flogsa og umboðar reglu-leysa lívið sjálvt – náttúru-megina, ið ikki letur seg fjøtra. Hon gevur og tekur uttan trygd, uttan stórve-gis fyrilit. Eingin kennir ætlanir hennara, og eingin er leingi tryggur hjá henni – heldur ikki tann tekkili-gasti unnastin.

Í einum stað í síðsta ka-pitli hevur Jørgen-Frantz skilliga bent hugmyndina av náttúruni yvir á Barbu sum havsins stórbæru dót-tur. Tá henni stendur tap í hendi, setir hon seg ódliga upp ímóti treytum nát-túrunnar. Men hon lemur seg sum vongbrotin fuglur, tá ið hon verður svikin. Tá ið hon roynir at vinna mistu lukkuna aftur, rópar hon út í tóman heim. Hetta er síð-sta myndin av Barbu – á úrslitaleysari ferð í havgo-sinum eftir unnasta sínum,

ið rýmdi. – »Nú er hon liðug, tann tittan!« sigur krambakallurin Gáprial.

Og her endar søgan. Men helst er hetta ikki ætlað sum endin á Barbu. Eftir øllum at døma fótar hon sær aft-ur, men Jørgen-Frantzi var ikki lagað at siga tað.

Eitt meistaraverkTað er Barba, sum setir dám á alla bókina, tølandi sum hon er. Hon leggur ást og vil fáa ástir afturímóti. Hon vil blóma og hugtaka. Aðra trá hevur hon ikki. Men so mikil trá elvir mein, har lítil vídd er í túninum og húsan-na millum bara trong skot. Hetta er tann lítli heimurin Føroyar í átjandu øld, har Jørgen-Frantz hevur latið hendingarnar fara fram.

Barba hevur verið gift við tveimum prestum og tølir tann triðja í somu løtu, hann stígir fótin á land í Føroyum. Tað sigst, at hon hevur beint fyri báðum te-imum fyrru. Men harra Pál letur ongan ótta fáa vald á sær. Hann og Barba eru eydnurík eina tíð, men eyd-nan stendur ikki við. Aðrir fremmandir koma til Før-oya. Fyrst franskt herskip, seinni hin ungi studenturin Andreas Heyde. Vanagøtu sínari trúgv, men harra Páli ótrúgv, letur Barba báðar ferðir seg taka við gleði og gleimi. Hon gevur av yvir-flóð sínari, av gávumilda lyndinum. Hon kann ikki annað. Søtt hjá honum, sum fær í dag, beiskt hjá honum, sum fekk í gjár. Minni setir náttúran ikki við.

Fyri 75 árum síðan, tá »Barbara« kom út, søgdu danskir ummælarar hana vera eitt satt meistaraverk. Hon var tá best umtókta bók í Danmark og vann skjótt ans í øðrum londum við og varð týdd til mong onnur

Skaldsøgan »Barbara« kom út á heysti 1939. Søgukøn-ur sum høvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen er, eydnast honum avbera væl at skapa eitt siðsøguliga fullbúgvið verk; eina framúr lýsing ikki minst av gomlu Havnini, men persónslýsingarnar eru samtíðarfólk. Søgnina um illa kendu prestkonuna Beintu hevur høvundurin nýtt sum líking

Hin rama gívurin í søgnini – prest-konan Illa Beinta í Vágum – líkist ikki nógv hini ljósu og lívsfúsu rococco-kvinnuni, vit síggja sum høvuðspersón í skaldsøguni »Barba-ru«, har hon »spælir so kát sum óspekt fyl, / mangur ein maður temja vil, / enn var tó eingin tað mentur« (Mik-kjal á Ryggi: »Eydnan er ei at líta á«).

Nei, Barba er á ongan hátt nøkur ónd kvinna – tvørturímóti; hon er flogsut og óálítandi í ástarmálum, men lívsgleði hennara og ofta barn-sliga kæti fáa okkum at bera tokka til hennara – og kanska at taka synd í henni, tá ið hon sjálv móti endanum á

bókini verður svikin.Bókin um Barbu er eingin fornlig

lýsing, men heldur nýtíðarlig. Jør-gen-Frantz Jacobsen byggir hana á sjálvsroyndir, ikki á lestur og bók-mentaliga kanning. Men kunnleikin til søguna ger hann føran fyri at nýta ein pall, har hendingarnar fara fram á døgum Fimta Fríðriks.

»Hetta er bók um lív og ungdóm, dæmd av skálkabrosi og yndi, av hu-mor og poesi, men eisini litað av spe-isemis salttinnu og við sorgblíðum undirstreymi,« sigur William Heine-sen í formælinum til útgávuna í 1939. »Hana hevur maður skrivað, sum

enn er ungur og smidligur í sinni, men longu uppslitin og eldur krops-liga; maður, sum hóast meinsøktur og hóast allar svárar royndir ongantíð gjørdist beiskur, tí at hann ‘í góðum og illum’ og av sonnum var ásstikin av lívinum í tí skapi, sum hann hevði roynt tað.«

Lívsins Barbur eru til enn, og tær fjakka um allan heim. Fagrar hava tær altíð verið, og fagrar eru tær enn. Tær kunnu eisini vera døkkar, men tann hjá skaldinum er ljós, og hana kanst tú bara fáa til láns.

Kvinnur sum Barbu fært tú bara til láns

Mynd: Anneke von der Lippe og Lars Simonsen høvdu í filminum »Barbara« høvuðsleiklutirnar sum Barba og harra Pál. Barba sigur við harra Pál, at hon gevur honum alt tað, hon eigur at geva honum. Men honum er tað ikki nóg mikið. Boðskapurin er, at kvinnur við slíkari náttúru sum Barba kunnu ikki stýrast – eins lítið og náttúran letur seg stýra

Page 7: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 7

mál. Til føroyskt týddi Chr. Matras skaldsøguna og gav henni heitið »Barba og harra Pál«. Emil Thomsen gav hana út í 1972. Danski filmsleikstjórin Nils Malm-ros læt skaldsøguna taka upp á film í 1990-árunum og frumsýndi filmin »Bar-baru« í Norðurlandahúsi-num í Havn á heysti 1997.

Jørgen-Frantz Jacobsen

hugtekur ikki bert lesaran við fólkunum í skaldsø-gu sínari. Kring tey hevur hann skapað eina tíðar-mynd og eina náttúrumynd – frálíka beinrakna og li-tríka. Føroyar við sínum skiftandi veðurlag. Frá gonguferðum úti í náttúru okkara vita vit, at munurin á har ættin stendur á og har lívd er kann vera rættiliga

stórur. Øðrumegin fjallið er kavtroðið í mjørka, hinu-megin bláur himmal og sól.

So skiftandi veðurlagið her kann vera, er tað eisini á gonguferð í søgu okkara. Her dregur frá og dregur fyri. Í søgunnar tokusveipi kunnu brádlig íriv vera við góðum sýni, men so køvir avaftur, at tú einki hómar miðið. Og á slíkum ferðum

kemur tú stundum fram á upptornaðar keldur; viðh-vørt rennur so lítið í tei-mum, at tað ongan mun ger, men so kunnu tær renna ríkiliga stórar við klárum vatni, at tú fær drukkið teg ótystan.

Og á hesum ferðum saman við Jørgen-Frantzi finna vit fram á mong rík kelduvað, í bygdum, á fjøl-

lum og um firðir, har havið aldrin bindur frið. Her hit-tir tú menn og kvinnur við ymsum lyndisbrøgdum. Her eru ótangar og ham-pafólk, smámenn og embæ-tismenn, dárar og sáttligir vísmenn.

Øllum hesum hevur Jør-gen-Frantz Jacobsen við avbærari list og hugkæti gi-við lív og eyðkenni í skald-

søgu síni, sum á 75 ára út-gávudegi enn telist millum høvuðsverkini í bókmen-tum okkara.

Í bókini »Á verðin, verðin« (Men-tunargrunnur Studentafelagsins 1998) viðger bókmentafrøðingurin Jógvan Isaksen nágreiniliga skaldsøguna »Bar-baru«.

Hann leggur fyri við at siga frá, hvus-su skaldsøgan kom í, hvussu móttøkan var og hvørjar søguligar hendingar, ið búgva aftanfyri. Síðan verður skaldsø-gan viðgjørd í mun til persónslýsingar, hendingagongd, heimspekilig rák o.a.

Móti endanum verða eisini aðrar skaldsøgur drignar við inn í myndi-na – skaldsøgur, sum høvundurin Jør-gen-Frantz Jacobsen partvís segði seg ikki hóva.

Jógvan Isaksen hellir seg í viðgerði-ni at føroysku týðingini eftir Christian Matras »Barba og harra Pál« (1972), men hevði best dámt donsku útgávu-na »Barbaru« við atliti til m.a. ser-stakt myndamál, og tá ið fremmanda-orð verða nýtt. »Hon er ið hvussu er í høvuðsheitum sum Jørgen-Frantz Ja-cobsen vildi hava hana,« sigur Jógvan Isaksen.

Tað lættasta hevði verið at brúkt hesa útgávuna, men í tí føroyska skúlanum er tað »Barba og harra Pál«, ið verður lisin, og – sigur Jógvan Isaksen – bókin »Á verðin, verðin« er í fittan mun ætlað skúlanum.

»Hóast tað ongantíð er burturvið at brúka upprunaútgávuna, so haldi eg, at tað akkurát undir hesum umstøðum hóskar væl, at sitatini eisini eru á før-oyskum,« sigur Jógvan Isaksen.

Eitt aftrat sigur Jógvan Isaksen laða upp undir hetta val. Í brævi frá august 1937 til Chr. Matras sigur Jørgen-Frantz Jacobsen, at orðaskiftini í skaldsøgu-ni eru hugsað á føroyskum, at tað bara er skræðan, sum er donsk. Somuleiðis skrivar hann, at hann kundi hugsað sær skaldsøguna á føroyskum, men at hann heldur seg ikki til at gera tað sjálvur og rør framundir, at Chr. Matras kanska kundi átikið sær hetta.

Sostatt hevur tað longu, áðrenn skald-søgan »Barbara« kom á prent, verið í huganum á høvundinum – og týðara-num – at hon eisini skuldi koma á før-oyskum.

Í bókini »Treð dans fyri steini« (Men-tunargrunnur Studentafelagsins 1995) greinar Jógvan Isaksen eisini skaldsø-guna »Barbu og harra Pál«, og har sigur hann føroysku týðingina hjá Chr. Mat-ras vera frálíka og livandi, og at hann

sum týðari ikki fírir fyri at brúka eina danismu, tá ið hann heldur hana sita.

Stílurin hjá Jørgen-Frantzi Jacobsen er heldur ikki so føroyskt littur sum tann hjá Williami Heinesen; t.v.s., at minni fer fyri skeyti. Og stuttligt er at sleppa at brúka nøvn og eyknevni, sum fjala seg aftan fyri bronglað donsk heiti.

Bæði sum skald og sum málfrøðingur evnar Chr. Matras at skapa nýtt skalda-verk, tá hann flytur bók úr útlendskum yvir í føroyskt mál.

Christian Matras -útvaldi týðarin

Christian Matras (1900-1988). Týddi skaldsøguna »Barbaru« til føroyskt undir heitinum »Barba og harra Pál«. Longu áðrenn skaldsøgan »Barba-ra« kom á prent var tað í huganum á høvundinum at hon eisini skuldi koma á føroyskum og at Chr. Matras skuldi átaka sær týðingararbeiðið

Føroyska týðingin »Barba og harra Pál« kom út í 1972. Christian Matras hevur bæði sum skald og sum mál-frøðingur evnað at skapa nýtt skalda-verk, tá hann flytur bók úr útlendskum yvir í føroyskt mál

Umframt at vera kendur sum films-leikstjóri er danin Nils Malmros eisini lækni og hevur havt starv á Landssjúkrahúsinum í Havn, og lær-di tá føroyska samfelagið at kenna í søgu og nútíð. Sum filmsmaður setti hann sær fyri at gera film burtur úr skaldsøguni »Barbaru«. Hann skri-vaði filmsleikritið saman við danska leikritahøvundinum John Mogensen. Sett varð á upptøkurnar í 1990-áru-num.

Filmurin »Barbara« hevði heims-frumsýning í Norðurlandahúsinum í Havn á heysti 1997 og var tá tann dýrasti filmur, ið nakrantíð var fram-leiddur í Danmark – ella í danska kongaríkinum. Høvuðsleiklutirnar sum ávikavist Barba og harra Pál høvdu norski filmsleikarin Anneke von der Lippe og danski filmsleikarin Lars Simonsen. Aðrir kendir leikarar vóru: Helene Egelund, Trond Høvik, Peter Hesse Overgaard, Jens Okking, Jesper Christensen, Jytte Kvinesdal, Bodil Udsen og Daniel Ceccaldi. Nils Malmros nýtti føroyskar leikarar í minni leiklutum.

Upptøkurnar vóru flestar gjørdar í Føroyum, men partar av filminum vóru tiknir upp niðri í Keypman-nahavn, á Hólminum; og har vóru nógvir føroyingar við sum statistar. Barbara var tá einasti stórfilmur, ið var upptikin í Føroyum og filmsle-

ikararnir høvdu ávísar trupulleikar. Nógv viðurskifti vóru ring at hava við at gera. Skiftandi veður, brádlig ljós-skifti og annars øll brigdi í náttúruni, ið føroyingar eru so vanir við.

Malmros vann eina Robert-heiðurs-løn fyri Barbaru. Filmurin varð sein-ni gjørdur til eina sjónvarpsrøð í tve-imum pørtum.

Robert er ein donsk filmsheiðurs-løn, sum Danmarks Film Akademi letur. Robert-heiðurslønin varð fyr-stu ferð latin í 1984 og er nevnd eftir honum, ið borðstandmyndina hevur evnað, Robert Jacobsen.

Barbara sum filmur

Nils Malmros fór undir at taka upp filmin »Barbaru« í 1990-árunum. Heimsfrumsýningin var í Norðurlandahúsinum í Havn 1997

Page 8: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 20148

StarviðSum umhvørvisleiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður eisini partur av leiðslutoyminum hjá IRF. Samstundis skalt tú vera við til framhaldandi at tryggja positivu gongdina hjá IRF saman við leið-slu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars.

Títt yvirskipaða ábyrgdarøki verður, at:Hava umhvørvisligu ábyrgdina av øllum viðurskift-um innan IRF.

Tínar høvuðsuppgávur verða, at:• Menna og røkja góðskustýringsskipanir innan umhvørvi• Hava umsjón við øllum umhvørvis- góðkenningum hjá IRF• Røkja sambandið við myndugleikarnar á umhvørvisøkinum• Vera við til at menna viðgerðina av burturkasti hjá IRF• Innsavna og skipa hagtøl fyri burturkast, kanningar og óhapp v.m.• Gera árligar umhvørvisfrágreiðingar• Fylgja við á lóggávuøkinum innan umhvørvi• Samskifta við kommunur, stovnar, virkir, áhugabólkar og næmingar v.m. í sambandi við vitjanir og fyrispurningar

Persónligir førleikar:• Tú virðir tað, at finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar, har alt upplýsingar tilfar verður savnað og útgreinað• Tú hevur gott yvirlit og metir um einstøku støðuna út frá veruleikanum• Tú hevur góð samstarvsevnir og ert jaligur• Tær dámar væl at síggja úrslit í mun til tey mál, sum verða sett• Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betri, einklari og skjótari.• Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Yrkisligir førleikar:• Hægri útbúgving innan umhvørvi e.l.• Góðan teldukunnleika• Góðan kunnleika til rakstur og logistikk í nútíðar rakstrareindum• Leiðsluroyndir, kunnleiki til dygdarstýring, umhvørvi og viðgerð av burturkasti er ein fyrimunur

Setanar- og lønartreytirStarvið verður sett frá 1. november 2014 ella skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yr-kisfelag ella eftir nærri avtalu.

UmsóknUmsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

IRFVíkarvegur 107520 Leirvík ella til t-post: [email protected]

Umsóknin skal vera IRF í hendi innan hósdagin 18. september 2014.

IRF tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkom-nar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf.: 414243.

IRF er ein interkommunalur felagsskapur við 29 limakommunum. IRF tekur ímóti øllum ruski og burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í lima¬kommun-unum. IRF rekur ymiskt virksemi kring oyggjarnar, og øll pláss skulu hava umhvørvis-góðkenning. IRF hevur umleið 20 serútgjørdar bilar til flutning av burturkasti og til at taka sær av rottangatøming og reinsing av spillivatnsleiðingum v.m. Umleið 70 fólk eru í starvi hjá IRF.

UMHVØ RVISLEIÐARI TIL IRFSøkt verður við hesum eftir umhvørvisleiðara til IRF.

Lars Olsen og føroyska landsliðið skulu í eldin sunnukvøldið. Landsliðsvenja-rin hevur nakað at prógva, tí bara einaferð í 14 altjóða skrásettum dystum hevur tað eydnast at fingið stig.

Jákup Ósá

Føroyska landsliðið he-vur spælt 14 altjóða skrá-settar landsdystir undir Lars Olsen, sambært Faro-eSoccer. Heimadysturin móti Kasakstan er einasti dystur, har Føroyar hava

vunnið ein. Liðið hevur skorað 6 mál, har 4 av tei-mum eru komin móti ’’læt-tari’’ mótstøðuliðum sum Kasakstan og Malta.

Dysturin sunnukvøldið er millum teir dystirnar í

hesum bólkinum, har útlit-ini fyri at fáa gott úrslit eru best. M.a. hava føroysku feløgini staðið seg væl móti liðum úr Finnlandi seinastu árini.

Hagtøl undir Lars OlsenVunnið: 0Javnt: 1Tapt: 13

Málúrtøka: 6-37

Dysturin millum Føroyar og Finnland byrjar sunnu-kvøldið kl. 19.45.

L ARS HE V UR NAK AÐ AT PRÓGVA

Page 9: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 9

VIT SØKJA EFTIR EINUM KREATIVUM STARVSFÓLKI VIÐ HÓSKANDI ÚTBÚGVING OG ROYNDUM. STARVIÐ ER 25 TÍMAR UM VIKUNA. VIT VÆNTA, AT UMSØKJARIN• hevur hóskandi útbúgving • hevur áhuga fyri at arbeiða við børnum og ungum• kann arbeiða sjálvstøðugt• hevur góð samstarvsevni• er íbirtari og hevur skapanaráhuga• fylgir við og kunnar seg um menning á økinum VIT KUNNU BJÓÐA• eitt ungt og livandi arbeiðsumhvørvi• ávirkan á egið arbeiðspláss• pláss fyri persónligari menning• skiftandi arbeiðstíðir• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur SETANARVIÐURSKIFTI• Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfeløg og KAF.• Umsøkjarar verða at tola bygnaðarbroytingar. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan A. Joensen, leiðara, á tlf. 281810. Umsóknin saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. september 2014 kl. 12:00.

Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 KlaksvíkTlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

S TA R V S L Ý S I N G

HÚSIÐ ER EITT VIRKISHÚS FYRI BØRN OG UNG MILLUM 10 OG 18 ÁR.

Reyði Krossur er altíð til staðarVit hjálpa úti og heimaHjálpið okkum at hjálpa

Les meira á www.reydikrossur.fo

L A NDSINNS AV NING 13. SEP TEMBER 20 14

Page 10: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 201410

Tað siga teir báðir elitukok-karnir Edvard Olsen, deildar-leiðari a Matvø-ruútbúgvingini í Klaksvík og Árni Muller, stjóri og eigari av matstovu-ni Gepetto í Klaksvík.

Tað byrjaði soleiðis, at eg fekk eina uppringing frá Karl Birgir Isaksen, ein av fyrireikarunum til Føroya Sjómannadag.

Eg var júst tá í Fjørðinum, saman við einum vinman-ni. Aftaná at vit báðir Karl Birgir høvdu práta saman eina løtu, bar hann upp á

mál, um eg vildi standa fyri at gera eitt stórt fiskaborð á Sjómannadegnum.

Illa dugir man at siga nei, so vit avtalaðu at hittast uppi á bakarínum hjá Jórun dagin eftir til eitt prát um hesa ætlanina.

Dagin eftir ringdi eg til Árna Muller, og bað hann koma við mær á fund. Tað var leyst og liðugt beinan vegin frá hansara síðu. Ei-sini hann helt hetta uppleg-gið vera spennandi.

Vit møttust so, Eg og Árni ørumegin borðið John William Joensen, Eyðstein Poulsen og Karl Birgir Isaksen hinumegin borðið.

So segði maðurin, ”spakuliga, so við og við,” kom tað burturúr teimum hvat teir ætlaðu. Fyrst varð tosað um eitt fiskaborð til 1500 fólk, men so, sum menn tosaðu aftur og fram, varð komið til, at um gott veður bleiv, so kundi kanska roknast við 2000 til 2500

fólk. Endin var, at vit fimm samdust um, at eg og Árni skuldu fara undir og standa fyri einum fiskaborði við køldum og heitum rættum til umleið 3000 fólk. Frá tí løtu blivu øll segl sett móti hesum máli.

Allar kreftir vórðu settar inn uppá at útvega rávøru. Tað vóru fyri tað mesta menninir aftanfyri Sjó-mannadagin, ið fingu til vega rávørurnar. Virkir og handlar tóku sera væl un-dir við tiltakinum og nógv

av virkjunum, ið lógu inni við rávørum lótu slíkar, reiðaríir lótu eisini fisk, rækjur og annað, alifyrit-økur lótu laks og handlar í býnum lótu peningaupp-hæddir sum vit kokkarnir kundu keypa fyri til til-gerðingina av stóru fiska-buffétini. Tað var eitt sera víðfevnt og spennandi átak sum fór fram. Vit kunnu fyri okkara part siga, siga teir báðir Edvard og Árni, at fólk, virkir og fyritøkur standa sera sterkt kring Føroya Sjómannadag.

Mitt í øllum hurlivasa-num ringir Bogi Simonsen, sølumaður hjá Northpe-lagic, og spyr um vit vilja hava tveir stórar bluefin tunfiskar. Tað vildu vit sjálvandi tí bluefin tunfis-kur er nakað heilt serligt og hetta gjørdi, at vit báðir kokkarnir blivu enn meira eldhugaðir enn vit kanska høvdu verið. At steikja búf-far av tunfiskinum, var sera væl egnað til stóru 3 me-trar longu grillina hjá Árna Muller.

”FISK A BORÐIÐ Á S JÓM A NN A DEGNUMVA R EIN ÓTRÚLIG A SPENN A NDI AV BJÓÐING”

Page 11: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 11

Matur kom síðani úr øl-lum ættum, her komu knet-tir, rækjur, sjeljar, havta-ska, royktur laksur, feskur laksur, toskaflak, hýsuflak, liri, longa og mangt mangt annað, so tað var bara hjá okkum at fara ígongd.

Frammanundan høvdu vit tryggja okkum, at vit kundu brúka køkin á Mat-vøruútbúgvingini hjá Tek-niska Skúlanum í Klaks-vík, tí hesin var sera væl egnaður, við tað at hetta er ein skúlakøkur, ið er sole-iðis háttaður, at ríkiligt av plássið er til nógv fólk at arbeiða í.

Vit sóu eisini fyri ok-kum, at nógv fólk kravdist til alt arbeiðið, ið skuldi gerast. Mánadagin, sum fiskabufféin skuldi standa klár leygardagin eftir, varð byrjað.

Vit høvdu fingið nógva havtasku og beinanvegin var fari í gongd at útbeina havtaskusporlini og at gera havtaskumedalliongir. Af-turat okkum høvdu vit tá fingið Hildur Vestergaard og Danial Nolsø Jacobsen, nýbyrjaðir næmingar frá Matvøruútbúgvingini. Men út á dagin fingu vit uppaf-tur fleiri heilar havtaskur, og tá fingu vit eisini Alén Viderø at hjálpa okkum at reinsa havtaskurnar. Tá ar-beiðið við havtaskumedal-liongunum var liðugt, høv-du vit gjørt meira enn 800 medalliongir, sum kunnugt bjálvaðar í flesk.

Mánakvøldið skuldu so tunfiskarnir gerast til. Hans Marius í Birgi, ið kom til Klaksvíkar við teimum vísti okkum á, hvussu man skar slíkar upp. Hann skal aðra síðuna av øðrum tun-fiskinum upp og so var tað upp til okkum at skera re-

stina.

Hetta var ikki bara sum at siga tað, sigur Árni Mul-ler. Roslan var var sera hørð at skera ígjøgnum, skal eg samanbera hana við nakað, so kann eg siga at hon var mest átøk eini harðari stóritánegl. Harafturat vóru spengurnar sera sterkar og harðar, mest at líkna við rivjabein, so tá tú skarð upp, so fekst tú sjón fyri søgn, at hetta er ein sera kraftamikil fiskur. Sveittin perlaði av mær ímeðan eg skar hesar báðar fiskarnar upp, tað var í veruleikanum tyngri enn at skera ein hval upp, tí tað var so ringt at halda hvast.

Mikudagin og hósdagin høvdu vit allar næmingar-nar á matvøruútbúgvingini til hjálpar, har blivu epli og grularrøtur flustar, gularrø-tur og kál rivin. Tey skóru spik, og turra grind og gjør-

du ymisk sløg av dressing eftir uppskrift.

Alt tað sum var fiskur, kundi ikki gerast liðugt nú, so vit byrjaðu hósdag-in við at portionera fiskin, tað vil siga toskin, laksin og hýsina, vit gjørdu dres-

sing til kalvasalat og alt annað, sum skuldi steikjast bleiv gjørt klárt. Her á Matvøruútbúgvingini vóru góðar umstøður at leggja fiskaúrdráttirnar á køl, men umframt tað, so var eisini neyðugt við einum stórum fjalli av ísi at halda kalt við.

Fríggjadagin bleiv allur fiskurin steiktur. Eg min-nist, sigur Edvard Olsen, at eg og Poul Huus stoyktu sild til klokkan 01-02 um náttina. Esther Mikkelsen, Danial, Helen á Bakkanum, Aksel Lutzhøft, Maibritt og

”FISK A BORÐIÐ Á S JÓM A NN A DEGNUMVA R EIN ÓTRÚLIG A SPENN A NDI AV BJÓÐING”

Page 12: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 201412

onnur stoyktu, dampaðu, kókaðu og brásaðu allan fríggjadagin, alt bleiv gjørt klárt fríggjadagin. Roykti laksurin, ið Miklagarður hevði roykt fyri okkum, Jákupskeljarnar frá Thor blivur marineraðar og so fram. Tað var ótrúliga høgt tempo á arbeiðinum í køki-num fríggjadagin

Vit arbeiddu, sum Ed-vard sigur, til langt yvir miðnátt fríggjakvøldið og leygarmorgunin klokkan 04 um morgunin, fóri eg og Bjarni Ziska Dahl at koyra alt út í teltið,, har serverast skuldi seinni um dagin. Um áttatíðina kom Edvard við sínum liðið og har bleiv stakast og rigga til líka til stóra buffein lat upp um eitt

tíðina um dagin.

Vit høvdu sett út í kortið, at allir 25 rættirnir skuldu serverast frá hvør sínum øki á borðinum. Harafturat vóru 5 ymisk tilhoyri, so sum pastasalat, rís og an-nað, so vit høvdu fólk fyri neyðuni til servering á 30 ymiskum standum og á onkrum standi við borðið kravdist tvey at servera.

Her fingu vit sera góða hjalp frá Mjølni, tær kvin-nurnar høvdu verið við morgunmatarborðið, so tá tað bleiv avruddað komu tær beinleiðis inn til okka-ra, tær vóru eini 15 í tali. So kom dóttir mín, sigur Edvard víðari, við eini 5 gentum og síðani vóru tað

vit báðir Árni, Helen, Mai-britt Aksel, Alen og onkur afturat, so vit vóru væl mannaði.

Ætlanin var, at bufféin skuldi vera opin frá kl. 13 til kl. 16. Men sum flestu vita, so gjørdist køin so stór, at høvdu vit stongt kl. 16, so høvdu vit ikki nátt at ser-verað øllum, og harafturat, so høvdu vit nóg mikið av mati eftir, so klokkan bleiv út ímóti 7 á kvøldið, áðrenn vit starvsfólkini øll rýmdu frá borðinum og bóðu fólk bara fáa sær, hann, sum sterkastur var.

Tá avtornaði høvdu vit latið 3.400 tallerkar út, ístaðin fyri at bufféin skul-di vera opin í triggjar tímar,

varð hon nú opin í seks tí-mar, so vit hava klára útivið 600 serveringar um tíman og tað halda vit báðir Árni verða sera gott, serliga tá hugsað verður um, at het-ta er fysta feðin at hetta er roynt, og at vit í útgangs-støðinum onga hóming høvdu av hvussu nógv fólk fór at møta.

Afturmeldingarnar hava verið sera góðar, hóast bíðitíðin hjá onkrum bleiv nakað long,siga teir báðir Edvard Olsen og Árni Muller. Vit eru klárir aftur til komandi ár, um tað ber okkum til og um umstøður eru til tað.

Page 13: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 13

FiskabufféinArbeidislistin hjá kokkunum Edvardi Olsen og Árna Muller:• Breyð og bollar• Fiskasúpan • Saltgrind – sinnop• Turr grind• Turrur fiskur• Spik• Fiskafrikadellur coleslaw• Fiskabollar, karrydressing• Knettir, sinop• Fiskapylsa• Fiskasúpan• Rækjur (T. I. Dressing)• Jákupskel, Lime marinerað.• Makrelur,heitroktur.• Sild, stokt• Tunfiskur, grillaður við ajvar.• Brandade við Saltfiski (eplamorl)• Brandade við grasroyktum toski • Stokt Toskaflak, Yagt Club• Laksarullir

• Dampaður Laksur, við mjólkasós við garnatálgakrotum.

• Grillaður laksur• Royktur laksur• Fiskasalat• Lippur, kilipaneraðar og freturestoktar• Laksatatar• Svartkalvi• Liri• Havtaska• Havtaskumedalliongir• Kalvasalat• Hýsa, dampað

• Pastasalat,• Eplasalat• Og ymisk sløg av garneture ,dypp dressingum

Page 14: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 201414

L E I Ð A R I N

Tað ljóðar kanska eitt sindur uppafturgrivið at tosa um Norðoyastevnuna nú. Men tað er on-gantíð ov tíðliga at siga sína hugsan um nakað, ið skal leggjast til rættis, og serliga ikki, tá tosað verður um stórar broytingar. Tá er nevniliga on-gantíð ov tíðliga at kasta bóltin upp.

Fleiri ferðir hevur Norðlýsið her í hesum teigi fírt uppundir, at vit áttu at gjørt stórar broytingar við tilrættaleggingini av Norðoyastevnuni. Vit hava ført fram, at Norðoyastevnan átti meira at verið karmurin um okkara tjóðarítrótt, nevniliga kap-próðurin, og tí áttu sum mest av fyriskipaðu tilt-økunum at verið kring um kappróðrarøkið.

Í gomlum døgum var Vágstún einasti miðdepulin í býnum. Tíðin hevur broytt hetta, nú er Vágstún ikki einasta plássið í býnum har til ber at hava stór tiltøk.

Føroya Sjómannadagur og Summarfestivalurin hava gingið á odda at funnið onnur øki, Sjóman-nadagurin brúkti í nógv ár Stengurnar, ímeðan Summarfestivalurin brúkar Sandin.

Í ár valdi Føroya Sjómannadagur at gera eina roynd úti í Klaksvík. Tað vóru ymsar meiningar um hvussu hetta fór at eydnast. Men nú tiltakið er fa-rið afturum og vit eftirmeta, so sæst, at hetta økið er sera væl egnað til at halda Sjómannadagin á.

Hugsa vit okkum so fram til Norðoyastevnuna 2015, so síggja vit fyri okkum at Norðoyastevnan brúkar royndirnar hjá Sjómannadegnum og ger økið kring kappróðurin so áhugavert sum gjør-ligt.

Norðoyastevnan hevur eitt stórt serstakt tiltak á skránni, og tað er kappróðurin. Tað eigur at vera funnin fressur hjá fyrireikarunum, at byggja Norðoyastevnuna rundan um hetta serstaka og fantastiska tiltak við at gera tað til eitt ”must” at fara til kappróður, tí tað er á kappróðrarøkinum at kalla alt hendir.

Hinvegin hevur tað mangan verið leiðiligt hjá ok-kum at fara til kappróður á Norðoyastevnu, sei-nastu árini hevur ikki verið nógv fólk har. Í staðin hava tey sitið inni hjá vinum og kenningum kring økið, fyri ikki at tala um øll, ið hava sitið í bilum ymsastaðni har útsýnið hevur verið gott til kap-próðrarøkið.

Nú hevur Føroya Sjómannadagur havt eitt til-tak úti í Klaksvík, sum vísti, at økið er sera væl egnað til slík tiltøk. Harafturat hava góðar kreftir í lokaløkinum skotið upp, at gjørt hetta økið til nakað heilt serligt, so hví ikki royna tað á Norðo-yastevnuni 2015 um lív og heilsa verður?

Oliver

Norðoyastevnan 2015 Nordlysid.fo hevur í løtuni

40.000 brúkarar

Nordlysid.fo hevur í løtu-ni 40.000 brúkarar og 110.000 vitjanir sambært www.vevlistin.fo. Blaðið sum er komið út síðan 1915 kemur út fríggjada-gar og deadline er miku-dag.

Nærri kunning um lýsingar og prísir eru at finna á www.nordlysid.fo.

Blaðið, sum er komið út síðan 1915 og kemur til haldarar og leysasølur hvønn fríggjadag.

Tunnilsdagur verður

leygardagin 27. September og í hesum sambandi ferð Norðlýsið í hvørt hús í Lan-dinum.Deadline til tunnilsblaðið er mánadagin 22. Septem-ber.Tilboð:

1/1 síða kr. 5.000,-1/2 síða kr. 3.000,-1/4 síða kr. 1.800,-Alt uttan mvg.

NorðlýsiðTlf. +298 456285

Tosað verður mangan um, at vit føroyingar eru ov vánaligir at siga okkara hugsan har hon skal sigast.

Nú rok er um grindadráp í Føroyum og krossfararar koma uttan úr heimi við vápum og útgerð at steð-ga okkara aldargamla siði at brúka okkara nátúrliga tilfeingi, látast føroyingar næstan sum onki og lata Sea Shephard seta dags-skránna.

Íslendingar duga haraft-

urímóti. Teir eru menn fyri at seta hart ímóti hørðum tá ástendur. Tað fingu vit eisini at kenna, tá teir av órøttum noktaðu Næraber-gi útgerð og annað.

Hesin íslendingurin í ta-xabilinum, sum Jacobina Joensen fekk eina mynd av uttanfyri handilin har hon arbeiðir, veit hvat hann vil

og stendur eisini við síni sjónarmið – mangla vit ikki eitt sindur av hesum?

Íslendingar duga í hvussu so er at siga sína hugsan

Page 15: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 15

Mítt Land: Annað árið á rað verður skipað fyri MÍTT LAND, sum er ein føroyskur festivalur úti á Amager Strand, Keypman-nahavn. Tiltakið í fjør bar eitt sindur brá av byrjanar-trupulleikum, men hóast tað, hugnaðu føroyingarnir sær óført, tí tá ið føroyingar vilja hava tað stuttligt, ja, so verður tað stuttligt. – Veðurforsøgnin biður før-oyingin fara í shorts.

Fyri at taka eitt sindur saman um konsertdag-in í fjør, ið bert vardi ein leygardag, so var tann up-plivingin í tveimum. Økið og karmarnir vóru so sum so. Køirnar vóru longri enn neyðugt, tí tað var heldur illa samskipað. Men haraf-turímóti vísti føroyingarnir tol og høvdu eisini nakað innanborða, áðrenn teir sti-gu inn um Mítt Land.

Tónleikinum bilti einki í fjør. Føroyskur tónleikur er góður og so at fáa tann framíhjárætt, at hoyra og síggja hann í einum øðrum landi; tað kann bara vera gott. Skráin í ár er størri í vavið og fjølbroyttari. Tað leggur ið hvussu er upp til

ein góðan festival sæð frá tónleikaeygum.

Men lat um okkum síg-gja fram til hendan, sum fer av bakkastokki í viku-skiftinum. MíttLand varir hesaferð í tveir dagar aft-urímóti tí eina í fjør. – Tað er gott. Tí føroyingar hava ofta lyndið til at koma seint í ein stemning. Nú eru tve-

ir dagar at píska ein før-oyskan stemning upp. Ikki tað, stemningurin í fjør var góður.

Oljudansurin má skiftast út við Hawaii-shortsEisini í Danmark verður tosað um veður undan ei-num stórum tiltakið. Far-na vikuskiftið var eitt hitt

vátasta í summar, men veðurforsøgnin fyri ko-mandi fríggjadegi og leygardegi sær góð út.

Tað verður lovað 20 hi-tastig og kanska omanfyri, stilli og turt. Tað skal ein føroyingur, sum er vanur at ganga á festivalar í olju-dansi, ikki klaga um. Olju-dansurin má skiftast út við

Hawaii-shorts.

Norðlýsið fer at fylgja við – sjálvandiNorðlýsið verður á staðnum um vikuskiftið, og hevur í hyggju at fanga tær góðu føroysku løturnar í dan-ska umhvørvinum. Tað fer ikki at verða gjørt nógv við at ummæla tónleikin,

men heldur at lýsa løturnar, huglagi og fanga myndir av gestunum á MíttLand 2014. – Norðlýsið gleðir seg, so um tú keðir teg, vitja www.nordlysid.fo í vikuskifti-num.

MÍT T L AND Eingin oljudansur men Hawaii shorts

Navn, parlagsstøða,bústaður og hvussu leingi hevur tú verið útseti?Jacobina, havi sjeik, Keypman-nahavn, 3 ár sum útiseti.

Hvat fekk teg av landinum?Eg helt at tað var alt ov dýrt og ópraktiskt at lesa víðari í Før-oyum, so eg lammaði bara til og fleyg avstað til Danmarkar, tí tað lá so væl fyri.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Lesnaður og arbeiði fer avstað við tí mesta av tíðini.

Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?Her í Danmark regnar ikki líka ofta sum í Føroyum. Og tá tað ger, so ber til at brúka paraply.

Hvat fær títt piss í kók, hvat stressar teg í tí dagliga?Negativitetur og negativir for-

dómar uttan hald ella heila.

Trívist tú? – og orsøk tess?Ja, eg gangi á einum serliga góðum skúla, elski mítt ar-beiði og nøkur av mínum allar bestu búgva eisini her.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Sum vindurin blesur. Hygge úti ella inni saman við fittum fólkum ella einsamøll. Møgu-leikarnir eru nógvir her í Kon-gens.

Fylgir tú við í føroyskum viðurskiftum?Líka lítið og tilfeldigt, sum tá eg búði í Føroyum, men mann fær altíð okkurt við alíkavæl.

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum mo-dernaðum og ferðmiklum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg ræt-

tiliga? – Ella í øðrum orðum, hvussu ’slært’ tú teg leysan frá gerandisdegnum, ið til tíðir kann vera strævin?Onki er so gott, sum at fara ein spaseritúr onkrasteðs saman við onkrum. Tað eru óendali-ga nógvar perlur her í býnum.

Hvør er besta máltíðin?Morgunmatur – um tað er bara er tað vanliga í einum gerandisdegi ella um tað er brunch í býnum.

Leingist tú heimaftur? Og hví?Ja, tað geri eg. Serliga í eksa-miutíð! Alt gott um Danmark og Keypmannahavn, men Før-oyar kemur altíð at vera num-mar eitt, har familjan er. Og fjøllini! - hundan til, at tey ikki

passaðu í flúgvaran.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Sum so hevur alt týdning fyri meg. Tá eg eri saman við tei-mum, eg eri góð við, og/ella tá eg eri til arbeiðis. Tá er alt so deiligt.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?Aja, har kemur sikkurt okkurt býtt inn í millum. Men tað, eg minnist best, er ein dagin, eg kom til arbeiðis í køkinum á eldraheiminum, og tað var eg, sum skuldi standa í kantinuni

hendan dagin: ”Rød grød med fløde” var tað, eg skuldi selja...

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Kongens, Kuba, Kina ella Klaksvík? Hvør veit.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Góðu mamma, babba, sis og bro. Eg havi nokk av soviplássi her. ;)

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?Sólgerð Hvidbro

Útisetin hesaferð:”Rød grød med f løde”

Page 16: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 201416

Ein hósmorgun um mánaðarskiftið septem-ber oktober í 1979 ringdi telefonin, áðrenn eg var á fótum. Maðurin í hinum endanum á telefonini var Eivind Niclasen, og vóru ørindini at siga mær, at næ-sta túr skuldi eg verða ski-pari á Vesturvón.

Fyri meg, ein 24 ára gamlan og óroyndan mann, var hetta ein ræðandi tanki, og gav eg honum noktandi svar. Tað er ílagi, svaraði Eivind og boðaði frá, at hann kom at vitja meg, tá ið hann kom úr Sørvági leygardagin eftir.

Leygardagin eftir, meðan vit bæði konan sótu við dø-gurðaborðið, gekk hurðin, og Eivind kom inn. Hann setti seg við borðið yvir av mær, legði hattin á stólin við síðuna av og segði, at nú fór hann ikki útaftur, fyrrenn eg hevði játtað at

fara avstað við Vesturvón næsta túr sum skipari.

Gott nokk segði eg, at so kom hann at bíða leingi, men tá ið ein góð løta var farin, og vit høvdu tosað um viðurskiftini, tóku vit lógvatak. 15. oktober 1979 byrjaði fyrsti túrur av mongum við Vesturvón.

Her byrjaði okkara vi-nalag. Eitt vinalag millum ein táverandi 24 ára gam-lan og ein 61 ára gamlan mann. Eitt vinalag merkt av áliti og virðing. Eitt vi-nalag, har eg altíð visti, at hann stóð aftanfyri, og sum eg altíð sá skuggan av. Eitt vinalag, sum bar ein ungan, óroyndan, og í mongum førum skilaleysan mann fram á leið, og sum gjørdi, at skeivar avgerðir mangan vóru avmarkaðar ella fy-ribyrgdar á míni leið. Eitt vinalag, har ongin avtala var neyðug, og har eitt ja

var eitt ja og eitt nei eitt nei. Eitt vinalag, har eg altíð, nátt sum dag, kundi venda mær til hansara um ráð.

Eivind er fluttur heim 96 ára gamal, mettur av dø-gum. Farin inn um brim-garðarnar og hevur lagt at í tí tryggu havn, sum hann javnt og samt tosaði og vit-naði um. Loggið er tikið inn og ger ongan snúning afturat.

Eitt lív er livað, har ongin kann ivast í, hvat var hans-ara lívsvirðisgrundarlag, hvat hann stóð fyri, og hvør var hansara meining. Eitt lív merkt av arbeiðssemi, røkiskapi, ábyrgdarkenslu og trúfesti.

Eivind, takk fyri, at tú tve-itti meg á bláman. Takk fyri, at tú vísti mær álit og gav mær møguleikan. Takk fyri, at tú stóðst við mína lið, og takk fyri, at tú altíð

vart klárur at taka undir meg og hjálpa mær, tá ið eg hevði vassað ov djúpt. Takk fyri tína fyrimynd.

.. Lat akker falla! Eg náddi havn –farvæl, tú brúsandi bylgja!Eg trygt meg leggi í Jesu favn,hans, sum mær her vildi fylgja.Og kendar røddir meg blíðar kalla,sum akker míni so stilt nú fallavið lívsins ljósu, føgru strond..

Eivind, takk fyri alt, hvíl í friði, og má Harrin styrkja teg Elly og øll tykkara.

Jóhan Páll

EIVIND NICLASEN 16.07.1918 – 14.08.2014

Íbúð í KlaksvíkFult møbilerað íbúð mitt í Klaksvík til leigu.

NorðlýsiðTel. 284379

KUNNGERÐBroyting av BYGGISAMTYKTINI

fyri Hvannasunds kommunu

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt

við løgtingslóg nr. 19 frá 28. mars 2013,verður við hesum uppskot til broyting av

almennu byggisamtyktini fyriHvannasunds kommunu framlagt til eftirlits.

Talan er um víðkan av D-økjum í Hvannasundi.

Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi ákommunuskrivstovuni frá fríggjadegi 29. august

til og við 19. sept. 2014 og er at síggja á heimasíðukommununnar www.hvannasund.fo.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verðaat senda Hvannasunds kommunu skrivliga

í seinasta lagi 10. oktober 2014.

Hvannasundi, 29. august 2014.Hvannasunds kommuna

Vit vilja siga stóra takk til tykkum mongu, sum á ein ella annan hátt vísti samkenslu, tá ið

pápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara

Jonhard Larsen

andaðist og var jarðaður.

Eisini ein stór tøkk til heimið við Vágna, har hann búði sína seinastu tíð. Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri tað stóru hjálp tit altíð veitti honum tá ið hann

trongdi til tað, tit vóru so góð við hann. Takk til Eyðun Elttør fyri góð orð í kapellinum og til Hanus á Gørðum fyri góð orð í kirkjuni og á grøvini. Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar, gravarar og øll

tykkum, sum hjálpti til við ervinum. Takk fyri gávur til Christianskirkjuna, og takk til tykkum sum fylgdi

honum til sín seinasta hvíldarstað.

Familjunar vegnaSólrun v/familju

Gunnvá v/familjuBirgit, Berta, Sonja og Bryngerð v/familjum

Tøkk

GullbrúdleypFríggjadagin 3. oktobur hava

Gull-Britt og Karsten Hansen verið gift í 50 ár.

Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Lorvík sama dag kl. 19.00.

Skyldfólk, vinir og kenningar, sum vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða biðin

um at siga frá innan 25. sept. á telefon 220599 - 285007 ella á telduposti [email protected]

Page 17: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 17

Tá ið SMJ í dýrdar-veðrinum miku-dagin í síðstu viku hevði móttøku úti í Klaksvík, var tað á grøna blettinum við stóru træk-rúnunum oman-fyri húsini, at heils-ur vórðu bornar fram. Eftir áhetan frá stjóranum, Árna Jakobsen, bar Jóannes Hansen fram hugleiðingar um stovnaran av virkinum Sofus M. Jakobsen, sála

Nú tá ið eg standi her, so kann eg ikki lata vera við at knýta nakrar tankar at húsunum, sum fimm verk-frøðingar hjá SMJ nú fara at húsast í. Hesi húsini átti upprunaliga Alex Petersen. Tíverri doyði hann rættiliga ungur, so tað eru nógv, ið ikki komast við hann. Alex var beiggi Sámal Petersen, sum var lærari her í Klaks-vík, tónaskald, náttúrukøn-ur og politikari. Sámal var sóknarstýrisformaður í mong ár, so var hann løgtingsmaður og eisini landsstýrismaður fyri sjálv-stýrisflokkin. Óli í skúla var mammubeiggi teirra – Alex og Sámal. Hann búði stutt heimanfyri her og var tingmaður fyri sambands-flokkin.

Og um vit halda fram við politikkinum eitt sindur aftrat: Kona hansara var dóttir sýslumannin Tum-mas Juul Petersen, sum var ættaður úr Streymnesi, og kom higar úr Eysturoy. Hon var systir Aksel á posthúsi-num og Thorstein Petersen, sum jú var formaður í fól-kaflokkinum í fleiri ár.

Karmur um so nógvÍ hesum húsunum hevur verið so nógv og mangt virksemi. Eitt nú búði skal-dið Janus Djurhuus her un-dir krígnum. Ein sovornan góðveðursdag sum í dag er tað kanska hóskandi at minna á, at tað mundi vera, meðan hann búði her, og tá ið veðrið var, sum tað hevur

verið nógvu teir seinastu dagarnar, at hann var inspi-reraður at seta hesa perluna saman:

Oyrarfjallið í koparloga,Háfjall litað sum stálið,Halgafelli í smædnum roða –Klakkur av síðstu stráluheilsast frá sólseturs dráli –Borðoyafjall, Borðoyafjall fargað sum blóðrust ella glóð.

Her búði Martin Heine-sen, Martin hjá Korneliusi, skipari á Ester og seinni á Pison, sum var ein teirra, ið mundi vera flestar túrar á Flemish Cap. Hann var an-nars síðsti maður, sum var føddur á Skarði.

Her hevði Páll Róland Poulsen Corona Radio. Hann samskifti nógv við skip og veitti teimum tænastur – bæði føroyskum og útlendskum, eitt nú norskum og bretskum.

Her hevði Norðoya Spa-rikassi deild í eitt tíðar-skeið, og her búði Olaf Johannesen av Tvøroyri saman við familju, tá ið tunlarnir norður um fjall vóru gjørdir. Hann mundi hava serfrøði frá tí, at tun-nilin millum Trongisvág og Hvalba var gjørdur. Ein sonur teirra, Trygvi, arbeid-di hjá Markus í Kunoy og var annars eitt slag av El-vis Presley í popplívinum í bygdini, og dóttir teirra, fagra Finnbjørg, gekk í ok-kara flokki tey árini, sum tey vóru her.

Hesa síðstu tíðina hevur grannskoðaravirkið Nume-ro hildið til her. Teir eru nú fluttir heim í Vág.

SofusHvs og ikki vhs – bæði orðini eru lutfalsliga nýggj í Føroyum. Tað seinna eru videobondini, sum í nøkur ár vóru uppi í tíðini, og hitt fyrra er hiti, vatn og sanitet.

Hetta – hvs - var tað, virkið, sum í dag letur upp her, upprunaliga fekst við. Frá tí fyrsta, tá ið Sofus M. Jakobsen, sáli, ella Sofus hjá Dagmar, sum hann var nevndur her norðuri, frá 1969 og øll árini, inntil hann gavst á sumri í 2003. Tíverri doyði hann longu 22. desember 2003. Hann var bara 68 ára gamal. Ef-tir hann sótu Agnas, sum hann møtti lestrarárini í Keypmannahavn, synirnir Árni, Bjarni og Finn og

einkardótturin Elin.Nú eru 45 ár síðani, at

Sofus fór undir virkið, sum í dag eitur SMJ, og nú eru næstan tólv ár síðani, at Sofus flutti foldum frá og heim til frelsaran, sum hann á ungum árum set-ti sítt álit á. Hann elskaði Harran, og hann elskaði at savnast um hann. Tað var í samkomuhøpi í Ebenezer í Havn og sum klaksvíking, at eg hitti og kendi hann.

Honum dámdi so sera væl at tosa um Klaksvík og klaksvíkingar og um lívið, hvussu tað var, tá ið hann var føddur á Oyri og vaks upp á Heygum, og tá ið hann gekk í skúla og lærdi í Klaksvík, har hann sum teir flestu spældi við drein-gjaliðnum hjá KÍ.

Tað er merkisvert at vir-kið, sum Sofus M. Jakobsen fór undir fyri 45 árum síða-ni, nú hevur deild í Klaks-vík. Harvið er ringurin sluttaður. Nú Sofus er ko-min aftur til heimstaðin, har vøggan stóð, og har hann vaks upp, og fyri he-imstaðin hevur tað alstóran týdning, at tit nú vera sjón-ligir í býarmyndini her, og at tað harvið vera fimm størv til verkfrøðingar.

SmiðjanKlaksvík er blaðung. Tað var í grannalagnum her úti í Klaksvík og í Klaksvíks-garðinum, at grundin varð løgd undir tað, sum fyrst í hinu øldini bar so nógvan framburð við sær. Fram-burðurin setti stór krøv, og heldur enn at grenja um, at einki kom frá myndugle-ikunum í Havn, so løgdu klaksvíkingar hendurnar á knæið og stríddust fyri tí, sum var neyðugt.

Longu í 1926 fór Jóhan í Grótinum undir motorlæru við 20 næmingum. Fyrstu prógvini vórðu útskrivað í 1930. Tekniski skúli varð stovnaður í 1935, og tá varð motorskúlin deild av honum. At Elverkið kom á Strond 1931 hevði alstóran týdning.

Tað var í hesum meldri-num av lívi, vilja, hugflogi, innovatión og virksemi, at Sofus vaks upp og fór at útbúgva seg. Hann stóð í læru hjá Hálvdan, sum átti smiðjuna norðanfyri tim-burhandilin hjá Kjølbro og heimanfyri hjá Olaf á Stongum.

Smiðjan var bygt út í sjógvin, og har var grøv, so tað eisini bar til at arbeiða

upp á bilar.Í Rukkulakkanum lósu

vit:

Smiðjan á Stongumger nógv burturúr ongum

Har vóru brøðurnir Háldan og Petur Olsen, og Erik systkinabarn teirra var ei-sini har viðhvørt, hóast hann var útbúgvin kok-kur. Og eitt skifti var ein leirvíkingur, beiggi Jóan Magnus Høgnesen – pápa Hjørleif, Símun, Róland og Hjalmar – meistari. Eisi-ni hann var tiltikin góður handverkari, og Sofus fekk nógv burturúr. Eisini tí hann ikki var bangin fyri uppgávunum, men heldur dyrgdi eftir at fáa tær.

Í dag er Klaksvík tilti-kin fyri at hava nógvar og góðar smiðjur, og soleiðis var tað eisini tá: Kjølbro hevði smiðju á bedingi-ni, teir hjá Samson høvdu smiðju á Stongunum, so var tað smiðjan hjá Háldan, og hinumegin var Ídni.

Sum eg segði, so hevði Hálvdan riggað seg til, so tað eisini bar til at arbeiða upp á bilar. Kanska var het-ta fyrsta bilsmiðja í býnum. Men tað var bara, um tað

viðraði, at tað bar til at um-væla bilar. Tá ið tað var høg flóð, so stóð grøvin full av sjógvi!

PappíriniLærubrævið hjá Sofusi var undirskrivað á ólavsøku 1954 av Erik Olsen, sum ivaleyst hevur verið stjóri tá. Richard Long skrivaði undir sveinabrævið sum maskinarbeiðari 18. no-vember 1957. Sveinaroyn-din var kølivantspumpu-stempul og úrslitið var rós

Merkisvert er tað, at lærubræv og sveinabræv vóru ikki tað sama: Tað var ikki fyrrenn í 1954, at tað varð krav, at tað var neyðugt við sveinastykki og skoðan. Hetta árið vóru tað heilt nógvir handverka-rar, sum høvdu arbeitt sum sveinar í nógv ár, og sum nú stóðu sveinaroyndina.

Sofus gjørdi sveinastyk-kið trý ár eftir, at hann var útlærdur. Longu framma-nundan – 3. mars 1953, tá ið hann var 17 ára gamal – stóð Sofus motorpassa-raroyndina. Tað var honum hentur lærdómur, tí teir á Stongunum høvdu post-bátin Immanuel, sum sigldi úr Klaksvík, norður í Ha-

raldsund og til Múla, Viða-reiðis, Norðdepli, Hvan-nasund og Svínoyar og Fugloyar og eisini til Ár-nafirðar. Sofus plagdi on-kra ferðina at loysa av har umborð, og so var hann on-kran túrin við trolaranum Dragabergi. Áðrenn hann fór undir víðari útbúgving, var hann hálvt annað ár hjá Lauritsen reiðarínum.

28. mars 1961 stóð hann í Keypmannahavn royn-dina sum teknikum ver-kfrøðingur. Frá 1963 og fram til 1969, tá ið hann flutti heim aftur, arbeiddi Sofus hjá rådgivende in-geniørfirma Johs. Jørgen-sen as í Valby. Tá ið hann bað farvæl, sæst í pappíru-num, at stjórin gav honum skoðsmálið, at hann var røkin, álitisfullur, skjótur og nágreiniligur, og at tað var serliga innan ventila-tión, at hann hevði arbeitt.

VatniðTá ið Sofus kom til Føroya snúði tað seg millum annað um vatnútbyggingar. Hetta gekk fyri seg í tveimum.

Í fyrra lagi var set-ningurin at tryggja øllum vatn. Eitt tað fyrsta, sum

SOFUS HJÁ DAGMAR OG SMJ

Framhald á síðu 19

Page 18: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 201418

Page 19: Nordlysid nr 28 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 28 FRÍGGJADAGIN 5. SEPTEMBER 2014 19

Sofus eftir heimkomuna var uppií, var kommunala vatnveitingin her í Klaks-vík. Hon hevði verið or-nað í býlingum – eitt nú á Heygum, Vágsheygnum, Uppsølum, Selheyg, Víku-num, Bumshamri og Kósi-ni.

Økta húsabyggingin og byggingin av virkjum, sum høvdu tørv á trygd fyri at fáa vatn, bar við sær, at sóknarstýrið samtykti at fara undir kommuna-la vatnveiting. Vit síggja brunnarnar omanfyri Upp-salar. Summarið 1968 var tiltikið gott. Tá varð arbeitt við at stoypa vatninntøk úti í Neytadali og heimeftir. Oknin hjá Sofus og Nødda sigldi við sandi og sementi av Hellisenda og út á vesta-ra arm á víkini. Menn bóru sandin og sementið úr fjø-runi og niðan. Hetta var ak-kord arbeiði. Tá ið brunnar-nir vóru gjørdir lidnir og og vatnveitingin sett til, var Sofus uppií, og hann var ei-sini ráðgevi, tá ið vatnveit-ingin í Svartadali var gjørd. Nú vóru tvey tumma rørini ikki nýtt, men heldur pla-stikkrørini, sum jú innan alt hvs økið vóru so at siga revolutión.

Og tá var tilvitanin um og krøvini til seinna partin av vatnveitingini vorðin veruleiki. Tað var, at góðskan í vatninum skuldi vera í lagi. HVS fyritøkan, sum í dag letur upp her í Klaksvík, var tann fyrsta her í landinum, sum lagaði

seg til ráðgeving viðvíkjan-di nýggju krøvunum.

Stóra menninginSíðani vaks og mentist vir-kið. Allir synirnir gingu í læru og útbúgving í fóta-sporunum á pápanum, og virkið hevur verið í rúkandi menning. Árni er eigari og stjóri, og nú bjóða teir seg fram á ymsum pallum. Tað er ein veldig styrki at vera serkønur á nógvum økjum.

Tá ið Sofus legði frá sær sum stjóri fyri tíggju árum síðani varð sagt, at virkið hevði verið við í umleið 500 verkætlanum. Nú man talið vera fleirfaldað, æt-lanirnar eru vornar størri, virkisøkið er víðari, og tað verður arbeitt bæði innan-lands og uttanlands.

Hetta virkið er við at lyf-ta Føroyar og føroyskt vin-nulív upp á hæddir, har vit ikki hava verið áður. Tað er framúr fyri Føroyar.

Eg hugsi her um, at eisini fyrr var tað soleiðis, at før-oyingar vóru at finna alla staðni kring heimin. Men tað var altíð í arbeiði hjá út-lendskum feløgum, um tað so var á sjógvi ella landi. Nú er tað í heilum, at tað hoyrist um føroyskar fyrit-økur, sum bjóða seg fram á globala marknaðinum.

Karl Brigir manøvrerar í Brasil, í Miðeystri og í Fjareystri, Beinir Poulsen og Ivan Eysturland selja og keypa skip kring allan hei-min - við bústaði í Klaks-vík, Føroya Tele bjóðar seg fram at veita kaðalar og aðrar veitingar aðra staðni,

og ikki at gloyma hava vit Skansan og Thor, sum syr-gja fyri, at føroyskar man-ningar sigla á føroyskum kjøli, har tað verður tosað føroyskt, har seyðarhøvd og grind og spik eru til døgurða, og har allir sein-napart sunnudag fylgja við fótbóltinum heima á landi.

Hetta eru føroyskar fyrit-økur í altjóða avbjóðingum. Vitanin og know howið verður varðveitt og ment í Føroyum.

Síðstu árini eru nógvir handverkarar farnir av lan-dinum at arbeiða hjá út-lendskum virkjum, eitt nú í Noregi. Hetta er hent og kærkomið. Uppaftur betri verður tað, um tað eydnast føroyingum at draga sovor-nar verkætlanir til Føroya.

Úr stovuvindeyganum síggi eg í góða veðrinum inn á boripallin á Skála-fjørðinum, har serfrøðingar á ymsum økjum og úr ymsum londum eru sum meyrir. Hetta er rætta le-iðin. Hetta gevur nógvum føroyingum arbeiði, og hetta gevur einari rúgvu av føroyskum fyritøkum avbjóðingar. Um tær ikki standa seg, so verða tær skiftar út við aðrar, sum liggja framvið. Tað skerpar tilvitanina um kappingar-førið hjá tryggingum og bankum, matvøruveitarum, handverkarafyritøkum, ju-ristum, heilsuverki og eisi-ni verkfrøðingum.

Har vøggan stóðOg so eru vit aftur við út-gangspunktið her í Klaks-

vík. Heima hjá Dagmar ommu og Hans Jacob undir Heygnum. Við síðuna av Elduvíks Jógvan ella Hei-nesen, sum Sofus segði, at tey kallaðu merkismannin, sum longu undan næstsei-nasta aldarskifti royndi seg í vinnu í Bretlandi. Tað var stórhending, ið vakti ans, tá ið hann kom á vánna her við motorbátinum Vige-landt.

Dagmar gekk í fiski hjá Kjølbro, og hóast lonin ikki var stór, so var tað hjartarúm inni hjá Dag-mar. Børn nógva staðni frá spældu á gólvinum, og Hans Jacob dugdi væl til hendurnar. Onkuntíð klipti hann børnum – sínum egnu og øðrum. Tað kom fyri, at Dagmar bað hann klippa onkrum, sum var inni og spældi, men sum annars ikki var komin inn í fri-sørørindum!

Míni barnaár sigldi Hans Jacob við norðmonnum. Frammanundan var hann við føroyskum trolarum, og hann var eisini motorpas-sari. Í 1953 keypti Kjølbro

tríggjar motorbátar – Grun-ning, Nevið Reyða og Tor-ry. Hans Jacob var motor-passari á Torry í nøkur ár. Hann legði seg væl eftir at røkja motorin, og í felag-num hildu teir nógv av ho-num. Kristian hjá Mikkjal hjá Linu driftaði tá Torry. Tí varð hann nevndur Tor-ra Kristian. Pápi hansara Mikkjal hjá Linu var jú ein tann kendasti driftarin. Hann førdi millum annað Gardar, tá ið hann varð álopin undir krígnum og Jóannes heimi í Vági varð raktur og doyði.

Slóðin og sjálvsálitiðTá ið eg var stórur smádrongur, minnist eg, at Sofus og Agnas plagdu at ferðast her um sumrar-nar. Tað var skundur á ho-num, tá ið hann við trimum smádreingjum var í Borðo-yavík, úti í Grøv og á Oyri og á plenuni og so manga aðra staðni. Hann vildi so fegin vísa yngra ættarlið-num, har hann vaks upp og fekk so gott í beinini – bæði so og so.

Nú er fyritøkan hjá ho-num komin aftur henda ve-gin. Eg haldi, at bæði tyk-kara fyritøka og allar hinar, sum í hesum døgum víðka um virksemið bæði innan-lands og kring heimin, eru merktar av, at nýggja ættar-liðið ynskir at byggja land. Tey finna upp á og skapa ar-beiðspláss. At vit nú bjóða okkum til ber boð um, at vit eiga serfrøðina, og at vit eiga fólk við hollum mál-sligum og mentanarligum førleikum, og at vit eiga fólk, sum er fleksibult. Het-ta er alt samalt góðar dyg-dir. Føroyingar hava altíð verið óførir innan handverk og annan fakligan førlei-ka, men tað hevur knípt at røkka so langt út í egnum fyritøkum. Nú verður tað gjørt við stórum sjálvsáliti, og tað boðar frá góðum fyri okkum øll.

Eg ynski tykkum blíðan byr – tær Árni hjá Sofus hjá Dagmar og øllum teimum, sum fara at starvast her, í Havnini og kring allan he-imin!

Framhald av síðu 17

Page 20: Nordlysid nr 28 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]