nordlysid nr 36 2014

32
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 HANDLANIR HAVA OPIÐ TIL KL. 20.00 EYKA-TUNNILSDAG J ÓLA SHOPPING Í K LAKSVÍK - TAÐ ER WELL :) NÓGVIR PARTAR ERU VIÐ Í ÆTLANINI AT GERA NÝGGJAN MIÐBÝ Í KLAKSVÍK

Upload: nordlysid

Post on 06-Apr-2016

330 views

Category:

Documents


0 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 36 Mikudagin 5. nov. 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 36 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

HANDLANIR HAVA OPIÐ TIL KL. 20.00

EYKA-TUNNILSDAG

Jólashopping

í KlaKsvíK

-tað er well :)

NÓGV IR PA RTA R ERU V IÐ Í Æ TL A NINI AT GER A N ÝGGJA N MIÐBÝ Í K L A KSV ÍK

Page 2: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 20142

Stóra byggingin í nýggja miðbý-num í Klaksvík fer at fáa sera jaliga ávirkan á Klaksvík og Norðoyggjar annars, og nevn-darformenn í Klaksvíkar býráð eru sera fegnir um, at gongd nú veruliga kemur á ætlanina at gera nýtt miðbýarøki.

Nógvir partar eru við í ætlanini at gera nýggjan miðbý í Klaksvík. Í stuttum snýr ætlanin seg um, at byr-jað verður at byggja á útfyl-lingini á Sandinum, ið er fyrireikað til miðbýarøkið. Bústaðir byggja 36 íbúðir, og BankNordik fer at byg-gja nýtt sæti í Klaksvík.

Ein partur av ætlanini er eisini, at felagið Christian í Grótinum hevur keypt bygningin hjá BankNordik á Klaksvíksvegi, og í byg-ninginum skulu tænastur innan heilsu og umsorgan savnast.

Hetta hevur eisini ta av-

leiðing við sær, at ætlanin at gera Posthúsið til menta-narhús verður meira ítøki-lig, tí Heilsutrygd flytur úr tí bygninginum og í nýggja heilsu- og umsorganarhú-sið, har eisini Barnavern-dartænastan, Námsfrøðili-ga Ráðgevingin, Sernám og Gigni skulu halda til.

Hugnaligt umhvørviTekniska deild hjá Klaks-víkar kommunu skal syrgja fyri, at allir vegir, uppme-rkingar, leiðingar, ljós og annað verður gjørt í nýggja miðbýnum.

- Okkara partur skal ikki liggja eftir. Vit ætla at syrgja fyri, at alt arbeiðið verður gjørt til tíðina og verður væl frágingið, og vit ætla eisini at tryggja, at talan ikki bert verður um bygging og bygningar, men at vit fáa ein veruligan miðbý við hugnaligum og

innbjóðandi umhvørvi, si-gur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Klaksvíkar kommunu.

- Hetta er ein stór og spennandi verkætlan, sum vit øll skulu lyfta í felag, tí so fáa vit besta úrslitið. Samstarvið um hesa ætlan hevur verið sera gott higar-til, og tað skal halda fram, nú vit fara meira ítøkiliga í gongd, sigur hann.

Grønur miðbýurÆtlanin er, at nýggi miðbýurin í Klaksvík skal verða so grønur sum gjør-ligt.

- Vit skulu ikki bert hava ein góðan og hugnaligan miðbý, vit skulu eisini hava ein grønan miðbý. Klaks-víkar kommuna fer at leggja sjóhita inn í bygningarnar í nýggja miðbýnum, og æt-lanin er, at allur miðbýurin verður hitaður við sjóhita.

Hetta fer at gera Klaksvík til undangongubý í arbeið-num at tryggja okkara lan-di meira grøna orku, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis og Býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

- Eg fegnist um, at miðbýarætlanin verður fylgd, og at vit eru komin víðari. Tað hava áður verið ætlanir um ymiskar ver-kætlanir í miðbýnum, men nú hava vit megnað at gera hesar ætlanir til veruleika og eru farin undir eina ta størstu byggingina í Klaks-víkar kommunu nakrantíð, sigur hann.

Nýggir bústaðirMeirilutin í Klaksvíkar kommunu setti sær fyri at fáa meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað í Klaks-vík, og hetta verður verule-iki við nýggju byggingini.

- Bústaðir hava ti-kið Klaksvík og tørvin í Klaksvík seriøst. Vit hava sett okkum fyri at fjøltát-ta bústaðarmarknaðin í Klaksvík, og vit taka eitt stórt stig rætta vegin við hesari byggingini, sigur Óluva Klettskarð, sum er forkvinna í Trivnaðarnevn-din Eldri og Bústaðir.

- Samstarvið um hesa verkætlanina hevur verið gott, og vit hava arbeitt miðvíst við henni í tvey ár. Hetta er orsøkin til, at vit hava fingið eitt gott úrslit, og at vit nú fara í gongd við veruliga bygging í nýggja miðbýnum, sigur hon.

Meira fakligheitByggingin í nýggja miðbý-num hevur gjørt tað gjør-ligt at savna umsorganar-tænastur í bygningin hjá BankNordik.

- Tað er eitt stórt fram-stig, at vit nú fáa eitt heil-su- og umsorganarhús í Klaksvík, har vit kunnu savna fakligheitina og ve-ita okkara borgarum eina enn betri tænastu. Vit skulu taka okkum væl av hvør-jum øðrum, og vit skulu sjálvandi lata so góða hjálp, sum yvirhøvur tilber, til fólkið í okkara lokaløki, si-gur Jóhann Lützen, sum er formaður í Trivnaðarnevn-dini Børn og Ung.

- Nýggi miðdepilin fyri heilsu og umsorgan er par-tur av vakstrarætlanini fyri

Klaksvíkar kommunu, har vit hava sett okkum fyri at brúka fakligheitina og ska-pa møguleikar fyri, at fólk við útbúgvingum fáa mø-guleikan at virka og gera mun í okkara lokalsam-felag, sigur hann.

Mentanin fegnastMiðbýarbyggingin fær eisi-ni ávirkan á mentanarlívið í Klaksvík, har ætlanir eru um nýggjan mentanardepil og annað.

- Okkara ætlan um at gera Posthúsið til ein nýggjan mentanardepil í Klaksvík nærkast veruleikanum, nú Heilsutrygd, sum heldur til í bygninginum, kann flyta í nýggja heilsu- og umsor-ganarhúsið, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

- Byggingin hjá Bústaðir fer at fáa alstóran týdning fyri mentanarlívið í býnum. Tað liggur eitt týdningar-mikið signal í, at vit byrja bygging í miðbýnum, at vit fáa nýggjar bústaðir og lív mitt í Klaksvík, og at vit ei-sini fáa eitt nýtt torg, har vit kunnu hava framførslur og tiltøk. Vit taka ímóti hesari bygging við opnum ørmum og eru fullvís í, at hendan ætlanin eisini fer at styrkja og stimbra mentanarlívið, sigur hon.

F O R M E N N F E G N A S TU M N Ý G G J A N M I Ð BÝ

Page 3: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 20144

OPIÐ HÚS

sansir.fo

Vinnuhúsið // Óðinshædd 7 // Postsmoga 1038 // FO-110 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // [email protected] // industry.fo

Yviri við Strond

Staravegur

Hoyví

ksve

gur

Eystari R

ingvegur

ÓðinshæddMiðlon

Posta

PM

Elding

Limir, samstarvsfelagar og kenningar - hjartaliga vælkomin til opið hús í nýggja Vinnuhúsinum á

Óðinshædd 7, fríggjadagin 7. nov. kl. 15 - 17

Á skránni verða føroyskir brellbitar, føroyskur tónleikur og onkrar stuttar røður.

Um nakar ynskir at geva feløgunum eina gávu, er ein møguleiki at geva pening til ein listagrunn á kontonr. 6460 – 168.198.4. Peningin fara feløgini at brúka til list at prýða nýggja bygningin við.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverksmeistarafelag

Page 5: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 5

Page 6: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 20146

Pól á Kletti

»Hetta eru sovorðnar ólíkligar søgur.« Soleiðis svaraði Hanus Debes Jo-ensen, landslækni, sáli, tá eg spurdi hann um »Deka-meron«, sum hann hevði týtt til føroyskt. Men ein glóð sást í eygunum, tá hann segði hetta. Skemtið spældi aftan fyri brilluglø-sini.

Tvær dekameronbøkur komu út í 1990-árunum í týðing Hanus Debes Joen-sens. Tann triðja og síðsta í røðini kom út í vár. For-lagið Fannir hevur givið bøkurnar út. H. D. Joensen týddi eftir donsku útgávuni frá 1943, haðan myndirnar hjá Herluf Bidstrup eisini eru læntar (við loyvi tek-

narans). Axel Tórgarð týddi sangørindi. Tað tók týðara-num sløk fimm ár at týða Dekameron. Tilsamans eru allar tríggjar bøkurnar um túsund síður.

Í fororðunum talar høvundurin Giovanni Boc-caccio um ástartrá sína á ungum árum og ognar kvinnuni bók sína – sum fløvi og stuðul hjá teimum, sum elska, tí aðrar hava nóg mikið við nál, snældu og garnvindara. Frásøgur-nar eru knýttar soleiðis saman: Tíggju ungir flo-rentinar, sjey kvinnur og tríggir menn, eru – meðan svartideyði herjar í Florens 1348 – flýdd út á bygd, og til at stytta sær um stundir og fyri ikki at missa mótið, gera tey av tíggju kvøld

KONUFÓLK AREVUROG MORALPRÆDIK ARI

Boccaccio: Dekameron I-II-III. H. D. Joensen týddi. Axel Tórgarð týddi sangørindi. Forlagið Fannir hevur givið út. Myndir og kápa: Herluf Bidstrup. Skemtiligar kærleikssøgur úr Italia í 14. øld

Italska skaldið Giovanni Boccaccio skrivaði um miðju fjúrtandu øld gitna verkið »Dekameron«, ið er sett saman av hundraðfrásagnum, kendar fyri sítt smidliga skrivingarlag og sínar djørvu viðgerðir av ástarbrøgdum. Tær fyrstu bøkurnar hjáBoccaccio snúgva seg yvirhøvur um ástarbrøgd, og Dekameron er kendast av teimum. Hóast Boccaccio hugvísindaligaverður roknaður sum siðspekingur ella moralprædikari, so hevur bókmentaliga evni hansara í hesum føri givið honumeftirmæli sum konufólkarevur. Á føroyskum er nú komin triðja og síðsta bókin í dekameronrøðini,sum Hanus Debes Joensen,landslækni, sáli, týddi

Frásøgurnar í Dekameron eru knýttar soleiðis saman: Tíggju ungir florentinar, sjey kvinnur og tríggir menn, eru – meðan

svartideyði herjar í Florens 1348 – flýdd út á bygd, og til at stytta sær um stundir og fyri ikki at missa mótið, gera tey av tíggju

kvøld á rað at siga tíggju søgur hvør. Hvønn dag kjósa tey sær sínámillum háborin fólk, sum gera av dagsins frásøguevni

Málningur: Franz Xavier Winterhalter, 1837

Page 7: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 7

á rað at siga tíggju søgur hvør. Hvønn dag kjósa tey sær sínámillum háborin fólk, sum gera av dagsins frásøguevni.

Boccaccio er tann síðsti av teimum trimum stóru skaldunum í Italia 1300-árini. Hini vóru Dan-te og Petrarca, og hann var eins og teir úr Florens, men meira glaðlyntur enn teir. Boccaccio var altíð væl hýrdur, tá lívligt var kring hann, og hann var mei-ra fyrikomandi enn teir. Meðan tað t.d. eru egnar kenslur, sum seta dám á skaldskapin hjá Petrarca, ger Boccaccio meira burtur úr at lýsa onnur menniskju og atferð teirra. Hann er tí ikki so sjálvhátíðarligur sum teir. Ikki heldur tykist hann vera sjálvsøkin og altráur eftir at fáa skaldan-na lavrberjakrans á høvur (kransur flættaður av lavr-berjagreinum, latin persó-ni sum tekin um sigur ella gott avrik). Nei, Boccaccio var lítillátin maður; háme-tir heldur onnur skald, og tað eydnaðist honum við hepnari hond at reisa bæði Dante og Petrarca virðilig minni í heimbýi teirra.

Sjálvur skrivaði Boccac-cio eina livandi og hugt-akandi ævisøgu um Dante, og seinni fekk hann býar-stýrið í Florens at seta á stovn ein mentaskúla í bý-num, har høvuðsdentur var lagdur á bókmentir Dantes. Sjálvur gjørdist Boccaccio fyrsti professarin í hesum bókmentum.

Tann lítla flammanGiovanni Boccaccio var føddur í Florens 16. juni 1313. Faðir hansara var múgvandi og dugnaligur keypmaður og vildi hava sonin at ganga í sínum fótasporum. Men tað vildi sonurin ikki. Handil hevði ikki hansara áhuga. Tað hevði harafturímóti skald-skapur. Og tað skilti pápin ikki. Har stóðst tí mangan hart stríð teirra millum, so hart, at Giovanni hataði pápan og skýggjaði heimið. Tað var nyttuleyst at venja Giovanni til keypmann og eins burturspilt at fáa ein løgfrøðing burtur úr ho-num.

»Allur mín hugur stóð til skaldskapin,« sigur Boc-caccio sjálvur, »minnist, at eg skrivaði yrkingar longu áðrenn eg var fyltur sjey.« Tann strangi pápin, sum púrt einki skilti, oyði-legði stóran part av ung-dómsárum Giovannis við at noyða hann til nakað, sum als ikki lá fyri hjá ho-num. Og slíkt hevur givið mongum unglingi sálar-ligt mein. At Boccaccio slapp snikkaleysur skyldast mest tí grundfesti, hann frá náttúrunnar hond hevði í skaldalistini, so at einki rein við hann. Hann loy-sti út gangaran Pegasus og reið í skaldagarð tá honum lysti. At hann kortini ikki fekk mein, er so ein annar spurningur. Sagt var um hann, at honum fattaðist sjálvsálit.

Fimtan ára gamal fór Boccaccio til Napoli, har faðir hansara var væl ken-dur við tað frægara fólkið. Her kom tann ungi floren-tinarin í eitt kátari lag enn heima. Napoli var ein stórur havnabýur, har sjómenn úr mongum londum hittust. Her ráddu bæði sammentan og heimsmentan. Eitt umh-vørvi, sum man hava kenst viðkvomu skaldasálini kve-ikjandi.

Og her møtir honum ástin. Millum frægara fól-kið vann hann skjótt tokka – so væl hann var at sær ko-min sum skald, sum frásø-gumaður og so kátur hann var av lyndi. 25 ára gamal var hann ásttikin í eini mætari napolitanarkvinnu, sum æt Maria d’Aquino og var dóttir eina greivin-nu og Robert kong Góða av Anjou. Um hana yrkti hann ástarsangir og nevndi hana Fiammetta, t.e. »tann lítla flamman«. Maria var gift og trý ár eldri enn ungi túnabiðilin úr Florens. Boccaccio kom sær í vinar-lag við mann hennara og fekk tí høvi at vitja heima hjá teimum. Bæði í bund-num máli og óbundnum hálovar hann Mariu sum ta mest fullkomnu kvinnuna, væn og tignarlig, syngur um hennara fagra, gula hár, hennara mjúka hold, hen-nara varrar, ið eru fagurt reyðar sum rubinur, og hen-nara mildu rødd.

Hesi yndaðu kongsdót-trini dámdi væl skaldskap og fagnaði tí væl, Boccac-

cio yrkti um hana. Men um henni hóvaði eins væl ástarkvæðini, er ivasamt. Tí í fleiri yrkingum gremur Boccaccio seg um, at hann ikki vinnur á kuldanum í sál hennara. »Ein køld marma-ramynd, sum eingin kær-leikans geisli kann hita,« yrkir hann einastaðni um hana, og hann biður Amor um bara at senda eina ørv inn í hjarta hennara.

Næstan allar yrkingar Boccaccios og skaldsøgur bera brá av eydnuleysa kærleika hansara til Fiam-mettu. Hon er dísin tann, sum rúnabindur hann og elvir skaldahuginum á flog. Uttan Fiammettu var Boc-caccio neyvan tað skal-dið, hann varð. Eisini eftir deyða hennara er sinnið fylt av tokka til hennara.

Tað var Fiammetta, sum fekk Boccaccio at skriva skaldsøguna »Filocolo« (1336), ið var fyrsta stóra bókmentanarliga avrik hansara. Hon bað hann blása nýtt lív í gomlu ridda-rasøguna um ta flakkandi lagnuna hjá Florios og Bi-ancafiore. Við einum glóg-vandi hugflogi fekk hann burtur úr hesi innantómu søguni eina hugtakandi og livandi skaldsøgu.

Heitið á skaldsøguni, Fi-locolo, er tað dulnevni, sum Florios tekur sær, tá hann fer at leita eftir Biancafiore. Óndu fosturforeldur henna-ra hava hana sum trælkvin-nu. Honum møta mangir meinbogar á leiðini, men hann finnur ástarvív sítt,

og tey livdu síðan eydnusæl saman restina av ævi síni.

Ein onnur skaldsøga hjá Boccaccio ber navnið á yndisdísini, »Fiammetta« (1343); hetta er tann gamla, men samstundis ævigt unga skaldsøgan um trúleysan kærleika, lýst við djúpum innliti í hugaheimin hjá eini ásttiknari kvinnu, hennara dreymar og kvølir.

Tann unga, væna Fiam-metta livir í einum eyd-nuríkum hjúnalagi saman við einum múgvandi og hábornum aðalsmanni. Men brádliga ylnar hjartað av kærleika til ungan, frem-mandan mann úr Toscana, Panfilo at navni. Tey leggja ástir saman, men loynifun-dirnir teirra millum enda brátt. Panfilo má heimaftur. Hann lovar tó at vera skjó-tur aftur – um fýra mánaðir.

Men hesa tíðina hoyrist einki frá honum. Fiammet-ta fær illgruna, og skjótt sannar hon eisini trúloysi hansara. Heimkomin leg-gur Panfilo ástir saman við aðrari kvinnu. Fiammetta legst sjúk av sorg. Læk-narnir standa ráðaleysir; ikki heldur góðtrúni maður hennara er førur fyri at ve-ita henni nakran linna og troyst. At enda roynir hon at taka seg sjálva av døgum, men trúfasta dadda henna-ra forðar henni í hesum og uggar hana.

Fiammetta fær lívsvó-nina aftur, og fyri at lætta sær trega, setst hon at skri-va um eydnuleysa kærleika sín, øðrum kvinnum til um-

hugsan.Í 1340 fer Boccaccio hei-

maftur til Florens at hjálpa pápa sínum, sum nú er farin á húsagang. Hann doyði av pest í 1348.

Teir tíggju dagarnirTað eru hvørki yrkingar ella skaldsøgur, Boccaccio hevur vunnið sær týðandi navn við í heimsbókmen-tunum, men søgusavninum »Il Decamerone«, sum mer-kir »Teir tíggju dagarnir«; eitt italskt navnasnið eftir griksku orðunum ‘deka’ (δέκα), ið merkir tíggju, og ‘hemera’ (ἡμέρα), ið merkir dagur. Og karmurin um søgurnar er júst ‘tíggju dagar’.

Yrkisevnið til Deka-meron tekur Boccac-cio sær úr mongum lon-dum, mongum øldum og mongum ymiskum stættum í samfelagnum; úr teirri fátæku fjalakroysuni, úr kongsins borg, úr herman-nabúðum og kleystrum. Tú hittir mong ymisk fólk, og skemtisøgur, harmasøgur og ræðusøgur ljóða hvørt um annað. Mest er talan kortini um ástarbrøgd. Søgd bæði í ólíkligari talu og hábornari.

Men tað orðið, Deka-meron hevur fingið á seg at vera ólíklig, hevur onga veruliga grund. Sjálvt tær mest opinskáraðu søgurnar anda av frískleika. Tann lætti munnurin er ein av barnsligu og ósmædnu ve-rumátum Boccaccios, tá ovfarakæti er á honum.

Giovanni Boccaccio (1313-1375). Italskur rithøvundur. Við skaldaverkum hansara mentust italskar bókmentir í samsvari við tíðarinnar krøv. Við hans-ara penni var tað italska málið ført fyri at bera fram einhvønn tanka og eitth-vørt huglag, djúpastu sorg og kátastu gleði. Málningur: Andrea del Castagno, 1400-árini.

Húsbóndi kemur óvæntað fram á konu sína liggjandi í songini við einum fríggjara. Fronsk tekning frá umleið 1420 til eina av søgunum í Dekameron. Eins og fleiri onnur samtíðarskald ber Boccac-cio yvir við teimum konum, sum vóru giftar gomlum monnum og uttan um vegir royndu kynsligt samband við yngri menn

Page 8: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 20148

Í Dekameron verða fyrsta dagin sagdar stuttar søgur. Annan dagin eru søgurnar heldur longri og snúgva seg um trega, sum vendist til lukku. Í níggjundu sø-guni henda dagin hoyra vit ein mann reypa av, at kona sín er prýdd við øl-lum teimum dygdum, sum hóskaðu eini frúu, meira enn nøkur onnur í Italia – eisini í trúskapi; men hann verður argaður av einum øðrum manni, sum sigur seg vita, at hon hevur eitt stórt móðurmerki á vinstra brósti, kringsett av fimm, seks hárum – hann hevur sjálvur sæð tað. Triðja dag-in ganga út nøkur ynski sum løn fyri ágrýtni og dugnaskap.

Meðan tað bert er ein einstøk søga um bragdleika báðar teir fyrstu dagarnar, yðja tær nú. Boccaccio he-vur funnið fram á nýggjar keldur, sum vella fram úr teimum fronsku geipatát-tunum; t.d. søgan um kvin-nuna, sum letst at skrifta og hava reina samvitsku, men fær skriftafaðirin í móthugi at fullnøkta girnd sína.

Konan, sum svíkur góðtrúna mann sín, finst at kalla í øllum skaldska-pinum. Og sum vera man verður sagt frá vænari, ungari kvinnu úr Florens, ið gift var einum riddara. Meðan hann er heimanífrá, hevur hon tveir fríggjarar hjá sær í loynd – uttan at annar visti av hinum. Eina-ferð kemur maður hennara óvæntað heim, men tann ráðsnara konan og hjámenn hennara sleppa snikkaleys. Fyrst biður hon annan te-irra, Lambertuccio, sum hevði tjóðrað hest sín í borgargarðinum, taka knív í hond og seta hvøss eygu meðan hann fór stórleypan-di niður trappurnar og ikki siga annað enn: »Bíða bara, eg skal fáa hendur á ho-num.« Um maður hennara steðgaði honum ella spur-di hann um nakað, skuldi hann ikki øna aftur, bert halda beina kós, setast á hestin og ríða av garði.

Lambertuccio gjørdi sum hon beyð. Fór stórleypan-di niður trappurnar, streyk fram við tí bilsna húsbón-danum og tvísporaði avstað við hesti sínum. Komin upp trappurnar, sær riddarin á ovasta trini konu sína frá sær sjálvari av ræðslu. Hann spyr, hvat er á vási, hví Lambertuccio kemur við slíkum hóttanum og slíkum skundi út úr húsi hansara. Konan fer at du-runum innar í sovikamarið so at hin hjámaðurin, Le-onetto, ið fjaldi seg aftan

fyri seingjartjaldið, skuldi hoyra hana. So segði hon: »Aldrin í lívinum havi eg verið so ræðslusligin sum í dag. Ein ungur maður, sum eg ikki kenni, og sum harra Lambertuccio elti við knívi, flýggjaði inn higar og króg-vaði seg her, rann seg beint á hesa hurðina og bønaði meg higstandi: ‘Æraða frúa, fyri Guds náðir, hjálp mær, so eg ikki verði dripin fyri tínum eygum’. Eg skuldi spyrja um navn hansara og hvat bagdi, tá Lambertuc-cio kom og gelti: ‘Hvar ert tú, títt bartrog.’ Eg stillaði meg beint framman fyri honum og forðaði honum at fara innar í kamarið. So mi-kið av fyriliti sýndi hann, at hann ikki trokaði seg innar ímóti mínum vilja, men fór eftir ógvusliga deilan ok-kara millum sín veg, sum tú beint nú hevur sæð.«

»Rætt gjørdi tú,« segði riddarin við konu sína. »Tað hevði verið okkum ein óbótalig skemd, um ein fremmandamaður varð dripin í okkara húsi.« Síðan spurdi hann konuna, hvar fremmandamaðurin fjaldi seg. »Hvar ert tú? Kom bert fram, tær nýtist einki at ót-tast longur!« segði konan. Og so var allur vandi av hjá teimum øllum.

Líka so ráðsnar sum riddarafrúan í Florens var riddarafrúan Beatrice í Bologna, sum var ásttikin í einum av tænarunum hjá manni sínum, og til tess ikki at vera órógvað á loy-nifundum sínum við hann, pentaði hesa søgu saman fyri manni sínum, Egano:

»Tá tú í dag var farin á veiðiferð, var Lodovico,« soleiðis æt tænarin, »so fre-kur at lokka meg til at vera tær ótrúgv. Eg lætst at gera honum eftir vild, lovaði at koma oman í urtagarðin á midnátt og bíða honum undir pinjutrænum. Og vilt tú royna lýdni tænara tíns, skalt tú fara í ein av kjólum mínum, sveipa slør um høvur títt og bíða honum í urtagarðinum.«

Egano var ikki meira enn uttandura, so lá Lodovico í hansara stað í himmalson-gini. Tá Egano hevði bíðað nóg leingi í urtagarðinum, bað tann snilda frúan fríg-gjara sín fara oman til hansara í urtagarðin og læt hann fáa ein sterkan stav við sær. Og tit kunnu ætla, at har var leikur: »Trúleysa kvinna,« deildi Lodovi-co, »heldur tú, at eg fari at fremja slíka níðingsgerð móti harra mínum? Eg skal læra teg!« Síðan tók hann at lemja kvinnuklædda húsbóndan við stavinum. Egano tók til beins áðrenn Lodovico varnaðist, at tað var hann og ikki konan, hann bardi. Og Lodovico í hølunum á honum rópandi: »Fjandin eigi teg, illavorð-na teys. Bíða bara, í morgin sigi eg Egano frá øllum!«

Soleiðis fekk riddarin prógv fyri, at konan var honum trúgv og tænarin honum hollur. Seinni stut-tleikaðu tey sær óført yvir hesa hending.

Søgurnar í Dekameron siga eisini skemtiliga frá prestum, munkum og nun-num, sum lótust at vera

gudrøkin og siðarein, men í roynd ikki vóru tað. Tað er ikki tí, at Boccaccio leggur eftir kirkjuni sum stovni, at hann speirekur tæna-rar hennara. Og tað var ikki tann fatanin, samtíðar kirkjumenn høvdu heldur – í einum landi og einari tíð har pávakirkjan hevði fastatøkur á øllum sam-felagslívi og kundi varpa hvønn tann á bálið, hon vil-di fyri ranglæru og spottan.

Ein slík søga er onnur sø-gan fyrsta dagin, um tann fróma gýðingin Ábraham, sum var umvendur til krist-na trúgv, tá hann vitjaði í Róm og har sá, hvussu prelatarnir í býnum tíg-gjaðu sær og máaðu støðið undan kristnu læruni við óargagirnd. »Tá ið eg nú síggi,« sigur Ábraham, »at teir ikki kunnu vinna á mál við gerðum sínum, men at trúgv tykkara tvørturímóti veksur og verður meira klár

og lýsandi, haldi eg meg av røttum kunna síggja halga andan, og bara hann, sum sanna og heilaga støðið og stuðul, og meðan eg áður stóð stívur og kaldur fyri øllum hesum tileggjanum, sigi eg nú bart út, at einki longur skal forða mær at gerast kristin…«

Knýtt at hesari søgu er ein onnur um lívið í einum lombardiskum kleystri, har nunnurnar avdúkaðu ab-badissuna, at hon ikki var tann fróma kvinnan, hon átti at vera í slíkum starvi, og lætst at vera. At annað kom undan kavi, skyldaðist eini ungari, hábornari nun-nu, Isabetta at navni, sum hevði mannfólk í klivanum hjá sær. Tvær av kleystur-systrunum fingu frænir av hesum og fóru á náttartíð at banka á dyrnar hjá ab-badissuni at klaga Isabettu. Abbadissan tveitti í skundi klæði uttan á seg og spurdi,

hvar tann synduga nunnan var. Og við báðum kleys-tursystrunum í hølunum á sær fór hon í skundi at kli-vanum hjá Isabettu, og rætt var sum sagt var henni.

Allar nunnurnar vórðu kallaðar saman í felagshøl-lina, og har gav abbadissan Isabettu rættiliga av grov-fílini. Henda neyðars nun-na sat kvirr og hugdi niður. Men tá so abbadissan hevur andarhald, lítur Isabetta upp. Tá varnast hon, at ab-badissan um høvur sítt he-vur eitt plagg, hon ikki var von at hava. Og brádliga fekk Isabetta mót at siga: »Æraða abbadissa, knýti fyri Guds skyld hettu ty-gara saman.« Og so vendi hon sær ímóti hinum nun-nunum: »Hvat halda tit?« Tær sóu nú, at abbadissan ikki bar tann vanliga hvíta høvuðdúkin, men einar mannfólkaundirbuksur við knæbendlum. Í skundi

»Fiammetta« (1343) er tann gamla, men samstundis ævigt unga skaldsøgan um trúleysan kærleika. Við djú-pum innliti lýsir Boccaccio her hugaheimin hjá eini ást-tiknari kvinnu, hennara dreymar og kvølir

Tittulblað í útgávu av Dekameron í Venezia 1498. Myndlistarliga endurspeglast sams-kapið hjá Boccaccio í hesari skreytútgávuni. Í miðjuni eru tey tíggju frásøgufólkini, kur-taliga sitandi í urtagarði uttan fyri Florens meðan pestin herjar inni í býnum. Serkenda umgerðin er tekin um fullkomna friðsælu. Útihýst eru sótt og allur tregi. Dekameron er eitt av teim bókaverkum, sum nýggja prentlistin bar millum manna í mongum útgávum við hugvekjandi myndum, ofta givnar út í mæta prentsmiðjubýnum Venezia

Page 9: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 9

hevði henda fróma kvinnan í myrkri latið seg í hetta avdúkandi plaggið. Og mis-takið hevði sínar orsøkir í, at abbadissan sjálv hevði mannfólk á vitjan hesa somu náttina, og ongum mætari enn sjálvum presti.

Slík pínlig støða hevði sjálvandi við sær, at avhoy-ringin og revsitalan máttu steðga. Annars spurdist tað, at Isabetta ikki var tann einasta, sum fongd var av »holdsins syndugu girnd«.

Harmasøganum drongin og falkinMen tað eru ikki allar sø-gurnar í Dekameron, ið eru so skemtiligar. Her eru ei-sini nakrar hjartanemandi harmasøgur. Ein teirra er um tann háborna floren-tinska riddaran og verðins-mannin Federico, sum bar tokka til ta vøkru og dáran-di Donu Giovannu.

Fyri at vinna tokka hen-nara hevði hann mong stórsligin gildi og kapple-ikir. So ríkiliga varð tikið til, at hann fór á ørmundar-hús. Og alt til fánýtis, Gi-ovanna var framvegis man-ni sínum trúgv. Tað einasta, Federico átti eftir, var ein falkur, sum ikki hevði sín líka í allari verðini.

Men so hendir tað, at Dona Giovanna verður einkja. Um summarið fóru hon og ungi einkarsonurin til eina lítla bygd nærhen-dis bústaði Federicos at ferðast. Sonurin og Federi-co gjørdust skjótt góðir vi-nir og vóru mangan á veiði-ferð saman. Og drongurin gjørdist so hugtikin av tí sjáldsama falkinum, at hann ikki kundi hugsað sær at átt nakað annað í verði-ni enn hann. Men at biðja Federico um falkin komdi

hann sær ikki.Ein dagin gerst drongurin

álvarsliga sjúkur, og sum vera man var mamman sera hørm um einkarbarn sítt. Hon lovaði at geva honum alt, hann ynskti sær, bara hann varð frískur aftur. Tá segði hann, at um hann fekk falkin hjá Federico, fór hann at gerast so fe-gin, at hann uttan iva varð frískur aftur.

Tað vóru tung spor hjá Giovannu, tá hon saman við vinkonu sínari fór at biðja Federico um yndis-falk hansara. Federico gjørdist ovurfegin um hesa óvæntaðu vitjan, og áðrenn Giovanna fekk borið fram ørindi síni, hevði hann boðið báðum kvinnunum at eta døgurða saman við sær. Men hvørjum skuldi hann borðreiða við? Har var tómur kovi. Har var einki annað at gera enn at avlíva falkin. Hann var feitur og fór uttan iva at verða góður døgurði. Og so varð gjørt.

Tá tey høvdu etið og kvinnurnar fóru frá borði, sigur Giovanna ørindi síni og spurdi Federico, um hon kundi fáa falkin at geva soni sínum. Federico fekk ikki svarað henni fyri harmi. Gráturin bilgdist í honum og køvdi orðini. »Ongantíð,« segði hann umsíðir, »ongantíð hevur lagnan verið mær so vond.« So segði hann henni frá til-gongdini – at hann hevði dripið falkin í gleði um at fáa vitjan av so hábornari kvinnu sum henni.

Sorgarbundin fór Gi-ovanna aftur til sjúka son sín, og stutt eftir doyði hann. Leingi syrgdi Gi-ovanna son sín, og har var eingin, sum kundi ugga hana. Men í sinni sínum bar

hon kortini Federico tokka, tí sjálvt ikki tann svárasta neyð og armóð høvdu vun-nið á stórsinni hansara.

Og so kann lesarin sjálvur hugsa sær tann luk-kuliga endan, søgan fær.

EndurnýggjaðistuttsøgunaVið Dekameron var Boc-caccio íbirtarin til ta nýggju stuttsøguskrivingina, sum tók seg upp í fjúrtandu øld. Og endurmenningartíðin (renæssancan) var í upp-komu. Søgurnar, sum skri-vaðar vóru í miðøld, vóru meira einfaldar og leysar, og annars smásøgunum líkar, ið sagdar vóru um navnframar persónar tá í tíðini.

Ofta var eitt skálkabros á varrum Boccacciosar – hitt sama, sum sást spæla á varrum François Voltaires og Anatole Frances. Men Boccaccio var eisini hálvur samlandi teirra, hesar gal-lisku skaldabrøðurnar; móðir hansara var úr París. Pápin hitti hana á eini av handilsferðum sínum í franska høvuðsstaðnum.

Við skaldaverkum Boc-cacciosar mentust italskar bókmentir í samsvari við tíðarinnar krøv. Dante legði nýtt lendi inn undir italska skaldskapin á bundnum máli, Boccaccio á óbund-num máli. Hann tamdi málið til gott og liðiligt amboð eins meistarliga og tónleikari ljóðføri sítt. Boccaccio gav søgunum listarligt skap og spennan-di innihald. Tær vórðu nú veruligar bókmentir. Við hansara penni var tað ital-ska málið ført fyri at bera fram einhvønn tanka og eit-thvørt huglag, djúpastu sorg og kátastu gleði.

Men Boccaccio ikki bara skrivaði og hugsaði um ást-arbrøgd. Eins og Petrarca var hann stórliga hugtikin av fornmentanini. Og sum tíðin leið broyttist hetta káta skaldið til ein meira álvarsaman lærdómsmann. Í miðøld var grikskt bur-turgloymt uttan fyri Bý-zansríkið. Fyrsta lærdóm sín í grikskum máli fekk Boccaccio frá einum lærara úr Suðuritalia. Ovurfegin var Boccaccio um at hava lært henda mann at ken-na, tí við grikska málinum hevði hann fingið lykilin til ein heim, ið goymdi ríkar andligar mentir.

Seksti ára gamal tók Boccaccio við sum profes-sari á lærda háskúlanum í Florens, har hann mest undirvísti í verkum Dan-tes. Men sjúka tarnaði ho-num mangan í arbeiðinum. Í brøvum til vinir sínar

gremur hann seg; sigur seg vera so illa á holdum komnan, at teir valla fara at kenna seg aftur – ble-ikur, skjálghentur, visin og legghokin. Lívið kendist sum ein byrða. Og fast tók tað honum at frætta deyðs-boðini um aðalvin sín Pe-trarca. »Eg havi grátið alla nátt,« sigur hann í brævi til ein vinmann. »Ikki tí, at eg harmist hann, tann frægasti av øllum monnum, sum nú er loystur frá øllum jarða-rinnar kvølum og hevur fingið himmiríkis sælu, men tí at eg harmist meg sjálvan og hinar vinir hans-ara, sum eru einsamallir og hjálparleysir eftir á lívsins stormbardu strondum.«

Árið eftir – 21. desember 1375 – andaðist Boccaccio, 62 ára gamal. Hann var kvinnukærur, men ongantíð giftur. Tey børn, hann átti, doyðu undan honum.

Ágiti við siðspekiligum bókumTey framúr góðu frásø-guevni, Boccaccio átti, og tað ágiti, hann vann sær við teimum, elvdu fleiri – bæði samtíðarmonnum og ef-tirtíðarmonnum – at fylgja hansara fyridømi.

Í Italia vóru trúgvastu læ-risveinar hansara Sacchetti og Bandello, í Fraklandi Marguerite av Navarra og La Fontaine. Og ávirkan hansara merktist heilt fram í nítjandu aldar skaldskap, til franska rithøvundin Guy de Maupassant (1850-1893); fyrst og fremst kendur sum stuttsøgurithøvundur. Árini millum 1880 og 1890 fekk Maupassant nógv av skafti, skrivaði seks skaldsøgur og 300 stuttsøgur.

Men Boccaccio er ikki einans tann altrái og dar-tandi konufólkarevurin í italskum miðaldarástarsø-gum, tí hann hálsar bein-leiðis um longu í tí fyrsta verkinum, hann gevur út eftir Dekameron. Í »Il Cor-baccio« (1355) hartar hann kvinnuna. Corbaccio mer-kir ‘ravnur’.

Eitt gátuført heiti, men tað ófrættakenda, ið loðar uppi við hesum fugli, nýtir Boccaccio sum høvi at bera fram siðspekiligu hugsanir sínar – og tað eru hesar moralprædikur hansara, og ikki Dekameron, ið hann vann sær ágiti við í samtíði-ni. Og her verður hann hug-vísindaliga flokkaður.

Men í okkara tíð stutt-leika vit okkum óført yvir Dekameron. Boccaccio fór undir at skriva verkið í 1350 og var liður í 1353. Hesar munnlættu frásøgur-nar kundu saktans verið skrivaðar í dag.

Guy de Maupassant (1850-1893). Hóast nítjandu aldar rithøvundur í Fraklandi, so kennist í skaldskapi hansara farri av arvinum frá Boccaccio fimm hundrað ár fram-manundan. Fyrst og fremst kendur sum stuttsøgurit-høvundur. Árini millum 1880 og 1890 fekk Maupassant nógv av skafti, skrivaði seks skaldsøgur og 300 stuttsøgur

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Hanus Debes Joensen, landslækni, sáli, týddi Deka-meron. Hann var ættaður av Tvøroyri, føddur har 27. november 1913. Hann tók preliminerprógv og síðan studentsprógv á Rungsted studentaskúla 1932.

Hanus las læknafrøði í Keypmannahavn, tók læk-naprógv í 1939 og embætislæknaprógv í 1942. Í nøkur ár arbeiddi hann á ymsum sjúkrahúsum í Danmark, men kom so heimaftur til Føroya í 1946 og røkti læk-nastarv í Norðurstreymoy, búsitandi í Vestmanna. Í 1949, tá ið hann gjørdist landslækni, flutti hann til Havnar.

Í 1954 fekk hann doktaranavnbót fyri ritgerð um týdningin, bróstamjólk hevur fyri pinkubørn.

Starvið sum landslækni røkti hann til 1979.Umframt at røkja læknastarvið var Hanus virkin

sum íbirtari, hevði álitisstørv í fleiri nevndum og felø-gum og var rithøvundur, skald og granskari.

Hanus Debes Joensen andaðist 15. juli 1995.Hanus Debes Joensen var væl vitandi um týdningin,

vísindi, mentan og list hava í samfelagnum. Hann var tjóðskaparsinnaður og legði stóran dent á, at vit gingu fram sum tjóð. Og mikið lá honum á hjarta at menna føroyska málið.

Hann var við til at stovna Føroya Fróðskaparfelag í 1952, var formaður árini 1952-74 og næstformaður 1974-77. Hann var næstformaður í Fróðskaparseturs-ráðnum 1956-74 og formaður 1974-77. Harumframt hevur hann sitið í ritstjórnini fyri Fróðskaparriti 25-ára skeiðið 1952-77. Hann var formaður í Listafelag Føroya, sum føroyskir útisetar í Danmark stovnaðu í 1941, frá tí at felagið var stovnað og til 1960.

Hanus Debes Joensen skrivaði fleiri bókmentaverk, hann yrkti og skrivaði um nógv umisk evni; greinir, hugleiðingar og ummæli í t.d. Fróðskaparriti, Varða-num og Glugganum. Hann týddi kinverskan skalds-kap og onnur verk úr heimsbókmentunum. Tey bæði fyrru bindini av týðingini Dekameron gav forlagið Fannir út 1994-98 og tað triðja og síðsta í 2014.

Innan alisfrøðina hevur hann ikki minst málsliga gjørt slóðbrótaraverk við bókini »Alisfrøði« (1969), sum hann fekk M. A. Jacobsens virðislønina í yrkis-bókmentum fyri.

Úr Grunni Kristjans á Brekkumørk fekk hann søm-dargávu; ein grunnur, sum Chr. Matras, professari, og Føroya Fróðskaparfelag stovnaðu í 1982 við tí en-damáli at styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama. Stovnsfæið var tann Ossian-heiðursløn, sum FVS-stovnurin í Hamborg læt Chr. Matras í 1981.

Týðarin Hanus Debes Joensen

Hanus Debes Joensen (1913-1995). Landslækni. Var væl vitandi um týdningin, vísindi, mentan og list hava í samfelagnum. Hann var tjóðskaparsinnaður og mi-kið lá honum á hjarta at menna føroyska málið. Yrkti og skrivaði um nógv umisk evni; greinir, hugleiðingar og ummæli í t.d. Fróðskaparriti, Varðanum og Glug-ganum. Týddi kinverskan skaldskap og onnur verk úr heimsbókmentunum

Page 10: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201410

9 nov: Christianskirkjan kl.11.00 Lestur

Árnafjøður kl.11.00 Hanus á Gørðum

Knuoy kl.12.15 Hanus á Gørðum

16 nov: Christianskirkjan

kl. 11.00 Maria J NiclasenMikladalur kl.12.00 Hanus

á Gørðum altarg.

23 nov: Christianskirkjan kl.11.00 Sverri Steimhólm

altarg.27.nov: Christianskirkjan

kl.19.30 Djúphugsni og kvirra Maria J Niclasen

30 nov: Christianskirkjan Familjuguðstænasta

Hanus á Gørðum Talvan gongur fyri Sjómanskir-

kjuna

Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldið í novembur

L E I Ð A R I N

BrúdleypVit skulu giftast tann 27. desember.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.

Tey sum vilja gleðast saman við okkum,kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099

ella mail [email protected]

VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen

Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp,tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi

og langabbi

Ejvind Georg HansenF. 08/12-1936 d. 11/09-2014

andaðist og varð jarðaðurTakk fyri gávur til Akurin.

Familjunnar vegna:Randi

Ellen, Zacharias, Bent, Richard og Høgni

Ein tíma við bíbliunihvørt mikukvøld í novembur kl. 19

í Ósáskúlanum, Klaksvík. Í Jesu navni eina boða vit evangeliið,

tað sum var frá byrjan.

Øll eru vælkominK. Lund og P. Jennings

Frá KlaksvíkarFimleikafelag

Aðalfundir felagsins verður í sangstovuni í Skúlin á Ziskatrøð mánakvøldið 17. nov. kl. 19.00

Nevndin

Tøkk

Allur oktober var ófriðarligur í Hong Kong. Ógvis-ligar mótmælisgongur í býnum lógu í støðugum bardaga við løgregluna, sum fór sera harðliga fram. Seinni fekk løgreglan boð frá kommunistisku le-iðsluni í Beijing um at taka atlit og vísa humanari framferð, men enn liggja mótmælisfólkini í tjal-dingarlegum í býnum, løgreglan er á varðhaldi, og støðan sýnist fastlæst. Stóru útlendsku sjón-varpsrásurnar søgdu dagliga umheiminum frá hen-dingunum og lýstu álvaran í stríðsmálinum fyri allar partar. Ikki óvæntað gjørdi okkara heimliga KvF lítið burtur úr.

Málið gav kortini føroyingum ávísar assosiatiónir. Tað snýr seg um broyting í valskipanini. Sentral-stýrið í Beijing vil nú sleppa at góðtaka ella vraka uppskot til uppstilling av politiskum kandidatum í Hong Kong. Hetta vilja lokalu myndugleikarnir og fólkið í býnum á ongan hátt lata sær lynda. Hetta er at gera seg inn á fólkaræði.

Tað merkisverda hendi, at júst í oktober steig frem-sti stríðsmaður fyri einum valdømi í Føroyum, tann løgmaður, sum á sinni kom heim aftur av Álands-vitjan og kunngjørdi, at eitt valdømi fyri landið var tað rætta, fram á okkara almenna monopolskíggja og gramdi seg um, at broytingin til eitt valdømi kortini ikki hevði gingist eftir ætlan. Lokalmálini eru nú fleiri enn nakrantíð og tingfólk nýta hvørja løtu til at profilera seg sjálvi, greiddi nú fráfarni politika-rin frá.

Tað undarliga við hesum vitnisburðinum var bara, at júst tað sama viðgekk hann eisini alment fyri fleiri árum síðani, tó uttan at hann ella flokkur hansara so mikið sum rætti hond frá síðu at bøta nakað um stóra politiska mistakið. Formaðurin í hinum stóra andstøðuflokkinum hevði longu frammanundan givið almenninginum lyfti um, at hann vildi gera sítt fyri at bøta um skaðan, men heldur ikki tað lyfti frætti føroyski veljarin meira um.

Orsøkin kann sjálvandi vera, at floksleiðararnir í veruleikanum eru nøgdir við broytingina og mest vilja tekkjast veljarunum í miðstaðarøkinum, meðan frástøða verður tikin til økini úti um landið. Slóðað er nú fyri, at sentralu floksnevndirnar í Havn skulu góðtaka uppstillingar úti um landið, og loka-lu floksfeløgini hava mist sín týdning og liggja øll mestsum á deyðastrá.

Tann orka, ið løgd verður í at nýta almennan pening í høvuðsstaðnum, síðani vit fingu eitt valdømi, ber tíverri prógv um, at teir ikki eru nakað eindømi í so máta.

Ørindini í studiosendingini vóru helst bert at gera vart við, at fráfarnir politikarar ofta hava drúgvar royndir, og at tað tí hevði verið nattúrligt at boð vóru eftir teimum til eitthvørt arbeiði ella serupp-gávu, um teir leggja frá sær í góðum árum. Hetta er vanligt í útlondum. Men politikarar valdast sjálvan-di, eins og fólk flest.

Oliver

Politiskt afturhvarv

Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi

og langabbi okkara

Tróndur Martin Petersenættaður úr Svínoy

búsitandi í Klaksvík

andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og

Røktarheiminum. Takk til Kristian Fríðrik Olsen og Marjun Lómaklett prest fyri vøkur orð í kapellinum

og í kirkjuni, takk til kirkjutænarar og sangarar, og takk fyri alt hjálpsemi í samband við jarðarferðina

og ervið.Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og

hjartans takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Maria og døturnar Alvilda og Ella við familjum

Tøkk

Page 11: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 11

Skulu vit vera ein partur av toppinum, so skal hart arbeiði til og ein hópur, sum arbeiðir í felag og fær tað at virka saman, staðfestir nýggi KÍ venja-rin Mikkjal K. Thomas-sen.

Jákup Ósá

Seinasta sunnudag gjørdi Norðlýsið eina samrøðu við nýggja KÍ venjaran Mik-kjal K. Thomassen. Niðan-fyri eru nakrar av endurge-vingunum.

’’Eg haldi, at hetta er ein øgiliga spennandi og av-bjóðandi uppgáva. Her er stórt potentiali her norðuri, ein góð stamma av leika-rum og her er stórt útvik-lingspotentiali. Tað passar væl til tað, sum mær dámar at arbeiða við. So uppá tann

mátan var tað nokso lætt at taka avgerðina.’’

’’Eg veit at krøvini og vónirnar hjá fólkinum her norðuri eru høgar. Tí er tað undir einum ávísum trýsti, at man skal arbeiða. Tað má eg royna at handfara sum frægast, men tað ræðir meg ikki.’’

’’Eg vil siga – uttan at fornerma nakran – at 4.

plássið, sum var møgu-ligt at fáa í ár, tað er tað bíligasta 4.plássið sum eg havi sæð í øgiliga nógv ár. KÍ kundi fingið tað, tí tað vóru bara smálutir sum gjørdu, at KÍ ikki fekk tað. Eg haldi, at KÍ liðið í 2014 hevði áleið ta styrkina, sum endastøðan vísti. Har vóru nakrir ’’kiksarar’’, men ei-sini nakrir góðir sigrar, har

man hevur verið tað verra liðið, men alíkaval vunnið. So eg haldi, at leikararnir partvís hava avrikað í ár, og eg haldi ikki er grund til at vera so øgiliga ónøgdur við árið. Tað er ikki mín fatan.’’

’’Hetta er eitt felag við stórum potentiali og stol-tari siðvenju. Men eisini eitt felag, sum hevur havt tað trupult í nøkur ár. Tað er eitt ávíst glopp frá KÍ og upp til kanska serliga trý tey ovastu, sum hagtølini týðuliga tala fyri. So tað er pláss fyri at betra um avri-kini.’’

’’Størsta avbjóðingin verður í felag at nær-kast topp trý bólkinum. Víkingur, HB og B36 síg-gja aftur sterk út til koman-di ár og tað gloppið ynskja vit at lukka. Vit ætla at vera partur av hasum toppinum,

og tað verður ein øgiliga stór avbjóðing. Og tað er eingin møguleiki fyri at lyfta tað avbjóðingina, um vit ikki gera tað í felag, og um vit ikki fáa tað at virka í hópinum. Tað verður ein stór uppgáva.’’

’’Tað er tungt hjá leika-runum í dag at liva í skug-ganum av, at felagið hevur gjørt øgiliga nógv stórt fyrr. Og so veit eg, at tað er eitt ynski hjá felagnum at liva upp til tann identitetin, sum man hevur. Og sum nú er, so haldi tað er viss ’’brist’’ ímillum sjálvsfata-nina og tað sum man klárar at avrika í bestu mansdeil-dini. Eg veit, at tað er eitt stórt ynski hjá nevnd, leika-runum og viðhaldsfólki at nærkast oddinum aftur, og tað er ikki lætt. Tað krevst, at vit eru sterkir og sann-førdir um tað, sum vit skulu

í gongd við.’’’’Eg takki nevndini fyri

øgiliga stórt álit og eri spentur at sleppa í gongd. Men tað verður ein stórt avbjóðing og tað er við ei-nari vissari eyðmýkt, at eg taki hana á meg. Men tað nyttar ikki at fara við ótta inn í nakað slíkt, so eg ætli mær at gera mítt allarbesta og arbeiða hart fyri tí. So síggja vit, hvussu langt tað røkkur.’’

Mikkjal segði eisini, at tilgongdin við at fáa nýg-gjar leikarar í hópin er í gongd, men at hann ikki kundi seta tal á, hvussu nógvan styrk KÍ fer at fáa uttanífrá til komandi ár.

Øll video samrøðan kann síggjast á www.nordlysid.fo

Tríggir leikarar endaði bara eitt upplegg aftanfy-ri Lukasz Cieslewicz, sum lá á odda leingi og helt le-iðsluna allan vegin á mál á upplegg listanum.

12Lukasz Cieslewicz (B36)11Árni Frederiksberg (NSÍ)Adeshina Lawal (B36)Finnur Justinussen (Víkingur)10Andy Olsen (NSÍ)9Alex Mellemgaard (B36)

Pál M. Joensen (HB)8Sølvi Vatnhamar (Víkingur)Bárður Hansen (Víkingur)Ari Ellingsgaard (ÍF)Klæmint A. Olsen (NSÍ)7Heðin á Lakjuni (KÍ)Hjalgrím Elttør (KÍ)Levi Hanssen (HB)Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)Hallur Hansson (Víkingur)Jann Martin Mortensen (NSÍ6Andrew av Fløtum (HB)Fróði Benjaminsen (HB)

Kristin Mouritsen (HB)

Hvat verður skrásett sum upplegg:Er tann næsti seinasti viðle-ikarin, tá málskjúttin hevur skorað mál. Hann fær eisi-ni upplegg, um bólturin fer umvegis ein mótstøðuleika-ra, um bólturin ikki broytir stórvegis kós ella um tað er skrásett sum sjálvmál. Somuleiðis fær leikari up-plegg, tá hann fær fríspark ella brotsspark, sum tað verður skorað beinleiðis uppá. Tá ein mótstøðulei-kari greitt hevur næst sei-nasta fót á í t.d. afturleg-

ging ella tá hesin skallar/skjýtur skeivt, so fær eingin uppleggið.

ToppskjúttaralistinKlæmint A. Olsen (NSÍ) 22 mál

Finnur Justinussen (Víkingur) 19 mál

Adeshina Lawal (B36) 13 mál

Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)13 mál

Páll A. Klettskarð (KÍ) 12 mál

Fróði Benjaminsen (HB) 12 mál

Súni Olsen (Víkingur) 10 mál

Andrew av Fløtum (HB) 10 mál

Árni Frederiksberg (NSÍ) 10 mál

Arnbjørn T. Hansen (EB/Streymur)10 mál

TilsamansHyggja vit eftir, hvørjar leikarar toppa, tá vit telja saman mál og upplegg, so sær listin soleiðis út:30 mál/uppleggKlæmint A. OlsenFinnur Justinussen

24 mál/uppleggAdeshina Lawal21 mál/uppleggÁrni Frederiksberg20 mál/uppleggHans Pauli SamuelsenLukasz Cieslewicz18 mál/uppleggFróði Benjaminsen17 mál/uppleggPáll A. Klettskarð16 mál/uppleggAndrew av Fløtum15 mál/uppleggSúni Olsen

KÍ setti seinasta sunnu-dag navn á nýggja ven-jaran fyri komandi kap-pingarár.

Jákup Ósá

Mikkjal K. Thomassen skal komandi kappingarár vera venjari hjá Effoliðnum hjá KÍ. Mikkjal hevur on-gantíð áður umboðað KÍ. 38 ára gamli Mikkjal K. Thomassen hevur røtur úr Klaksvík. Bæði hansara foreldur eru úr Klaksvík og hann hevur tískil nógv æt-tarbond til Klaksvíkar og norðoyggjar.

Sum leikariMikkjal er uppvaksin í HB. Í 1996 spældi hann fyri fyr-stu ferð á besta liðnum hjá HB. Tað gjørdi hann eisini í 1997, áðrenn hann skifti til grannarnar úr B36 í 1998. Har spældi hann í 1998 og 2000. Í 2004 spældi hann við B68, áðrenn hann kom aftur til B36, har hann spældi í 2005, 2006 og 2007. 2008 var hansara sei-nasta ár á hægsta støði sum leikari, tá hann spældi við EB/Streymi. Sum leikari spældi Mikkjal sum oftast sum sentralur miðvallalei-kari. At hann eisini spældi hart vísa hansara hagtøl við kortum. Í 151 dystum fekk hann 46 gul kort og 5 reyð kort ella kort í umleið triðja hvørjum dysti.

Úrslit sum leikari:1996: Nummar 3 í HB (Venjari: Jóhan Nielsen)

1997: Nummar 2 í HB (Venjari: Jóhan Nielsen/Oddbjørn Joensen)

1998: Nummar 3 í B36 (Venjari: Tomislav Sivic)

2000: Nummar 6 í B36 (Venjari: Per Olav Anders-son/Piotr Krakowski)

2004: Nummar 10 í B68 (Venjari: Petur Mohr/Tryg-vi Mortensen)

2005: Nummar 1 í B36 (Venjari: Sigfríður Cle-mentsen)

2006: Nummar 3 í B36 og steypavinnari og víðari til 2. umfar í Champions League (Venjari: Sigfríður Clementsen)

2007: Nummar 3 í B36

(Venjari: Kurt Mørkøre)2008: Nummar 1 í EB/

Streymi og steypavinnari (Venjari: Sigfríður Cle-mentsen)

Sum venjariFyrstu ferð Mikkjal K. Thomassen bleiv venjari á hægsta stigi í mansfót-bólti var í 2009. Árið eftir, at hann sum leikari vann greipuna við EB/Streymi. Tað gekk ikki væl hjá B36 hetta árið, og tá kappingin var komin nakað áleið, kom Sigfríður Clementsen, sum tá var koyrdur í EB/Streymi, afturat venjaratoy-minum í B36. Sigfríður helt fram í B36 í 2010, men ble-iv koyrdur í seinnu hálvu, tá Allan Mørkøre bleiv settur. Men í 2011 vóru longu aft-

ur boð eftir Mikkjali í B36. Og tað var væl sæð av B36. Tí í 2011 setti B36 met sum liðið, sum hevur fingið mest stig í føroyskum fótbólti eitt kappingarár. B36 hevur ongantíð vunnið tvey FM heitir á rað og hetta hendi heldur ikki í 2012, tá fela-gið eisini hevði tað trupult fíggjarliga. Men í 2013 rei-sti felagið seg aftur og vann bronsu heiðursmerkið. Het-ta er fyrstu ferð, at Mikkjal fer at royna seg sum venjari í Effodeildini fyri annað felag enn B36.

Úrslit sum venjari:2009: Nummar 8 í B362011: Nummar 1 í B362012: Nummar 6 í B362013: Nummar 3 í B36

Tapt fáar dystirUm vit ikki taka ’’debut’’ árið í 2009 við hjá Mikkjal, so síggja vit, at hansara lið tapa fáar dystir. Í 2011 tapti liðið tveir dystir, í 2012 nýg-gju dystir og í 2013 fimm dystir. Við øðrum orðum tapti liðið bara 7 dystir av 54 dystum í kappingaráru-num 2011 og 2013. Í miðal hevur Mikkjal fingið 1,66 stig pr. dyst í Effodeildini í 108 dystum. Taka vit hans-ara ’’debut’’ ár sum venjari í 2009 burtur, so hevur hann í miðal fingið 1,86 stig í 81 landskappingardystum. Tað er eitt miðal stigatal, sum er millum tey bestu av øllum venjarum í føroyskum fót-bólti seinastu árini.

Kelda: FaroeSoccer

MIK K J A L : V I T MUGU A RBEI Ð A Í F EL A G

LUK AS Z LEGÐI UPP TIL FLEST M Á L

HE T TA ER N ÝGGI K Í V ENJA RIN

Page 12: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201412

Page 13: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 13

Fiskimálaráðið

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:• Royndarveiða og virðisøking av fiski

• Burðardyggur fiskiskapur

• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Les meira á fvg.fo

Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.

Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini

• Eginfígging ella onnur fígging er

• Samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.

• At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 2,208 mió. kr í 2015 til nýggjar og verandi verkætlanir.

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).

Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum.

Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. desember 2014, kl. 12.00. Jákup Mørkøre, samskiparitel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48t­post: [email protected] Umsóknir skulu sendast til:

FiskimálaráðiðSamskiparin í fiskivinnugranskingP.O.Box 347Yviri við Strond 15FO­110 Tórshavn

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins

fíggjarlóg fyri 2015.

FISKIVINNUROYNDIR 2015Lýsing eftir umsóknum

Page 14: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201414

P/F Wenzel │ Akranesgøta 5 │ FO-100 Tórshavn │ tel 35 45 00 │ [email protected] │ www.wenzel.fo WENZEL

FORD FIESTA 1.0 ECOBOOST 100 HK

199.500 kr

KOYRIGLEÐI...Tað snýr seg bara um dygdargott snið - Nýggi Ford Fiesta er fullkomna blandingin av slóðbrótandi sniði og nýggjastu tøknini.

Prísvinnandi EcoBoost motorur - EcoBoost motorarnir hjá Ford vóru kosnir ársins motorar í 2012, 2013 og 2014. Tú kanst koyra upp til 23,3 km/l, men samstundis hevur motorurin ríkiligt av kreftum.

Reinan forrút við Quickclear - Trýst bara á ein knøtt og skipanin hitar og reinsar forrútin fyri ís eftir fáum sekundum.

Ford SYNC - framkomin hondfrí tøkni - Tú kanst m.a. stýra tónleiki og brúka telefonina við bert at brúka røddina.

Ford MyKey - Hendan nýggja tøknin minnir teg m.a. á trygdar belti og letur teg innstilla mestu ferð. Kann vera hent, um onkur lænir bilin.

Ford Fiesta Integrerað navigatión - Integreraða navigatiónsskipanin við 5" litskíggja tryggjar, at tú kemur fram.

Og nógvir aðrir snildir hentleikar - Hiti í setrunum framman, forlyktirnar lýsa í 30 sekund, eftir at bilurin er sløktur, stýristøðin í miðjuni gevur tær gott yvirlit yvir ymsu funktiónirnar, sum eisini síggjast á einum skíggja og kunnu stýrast frá rattknøttum. Til ber at fáa klimaanlegg, sum heldur ein javnan hita í bilinum, innbjóðandi ljós inni í bilinum og nógv annað.

FORD FIESTA VIÐ PRÍSVINNANDI 1.0 ECOBOOST MOTORI VIÐ 100 HKKVIKUR, SNILDUR, KEKKAÐUR, ØKONOMISKUR...

sansir.fo

FÍGGJA BILIN

HJÁ OKKUM

Rentan er einans

2,49%

Page 15: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201416

Page 17: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 17

TAKK FYRI GOTTSAMSTARV

Klaksvíkar kommuna takkar øllum, sum í góðum samstarvi hava lagt tíð, orku og pening í hesa fyrstu byggingina í komandi miðbýinumí Klaksvík. BústaðirTryggingarfelagið LÍVBank NordikHeilsutrygdByggifelagið KanjonChristian í GrótinumÓsbjørn Jacobsen Tað var ein stór og søguligløta, tá ið fyrsti spakin varð settur í hesa fyrstu byggingina sambært løgdu miðbýarætlanini, og vil eg vegna Klaksvíkar býráð ynskjaøllum pørtum bestu eydnuvið hesi spennandi ogtýdningarmiklu verkætlan.

Vinarliga heilsanJógvan SkorheimBorgarstjóri

Page 18: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201418

Er trygdarbeltið fest um mjadnarnar?

Er trygdarbeltið ikki stramt um mjadnarnar, er skjótt, at tað leggur seg um búkin. Hetta kann vera vandamikið í samanstoyti, tí barnið kann fáa álvarsligan skaða á gøgnini.

Er trygdarbeltið strammað væl?

Trygdarbeltið skal sjálvsagt ikki verða strammað so fast, at barnið fær ilt.

Liggur trygdarbeltið um økslina?

Liggur trygdarbeltið ikki stramt um økslina, men aftur um bak ella undir armin, verður kroppurin kastaður framav í samanstoyti, og vandi er fyri skaðum á høvd og nakka.

Hesi ráð eru eisini galdandi fyri vaksin í bili.

Øksl, mjadnar, stramma væl

Børn á bilpútu(umleið 4 ár til minst 135 cm)

Minst til hesi trý tá tú bindir børnini í

Enn fl eiri fyrimunir.Vilt tú vita, hvussu nógv tú kanst spara?

Bílegg fund á www.banknordik.fo/nordik360

Tað er heildin, sum telur

Page 19: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201420

STAÐIÐ FYRI ØLL

baðiland 29°

45 m long øka

bobluøki2 fossar3 vatnkanónir

heittvatnshylur 32°

saunaheilsuklivarkioskkafeteriafitness (letur upp skjótt)

VETRAROPIÐ

Mán. StongtTýs. 14.00-19.00Mik. 06.45-08.30 og 14.00-17.00Hós. 14.00-19.00

Frí. 14.00-19.00Leyg. pensjónistar 09.00-10.00 Leyg. 10.00-17.00Sun. 08.00-10.00 og 14.00-16.00

Kostnaður:Vaksin kr. 40,00 Børn kr. 20,00

baðiland 29°

45 m long øka

bobluøki2 fossar3 vatnkanónir

heittvatnshylur 32°

saunaheilsuklivarkioskkafeteriafitness (letur upp skjótt)

Tunnilsdagur 8. november

Page 21: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 21

Nógvir leikir í longum talvi, verður sagt og tað kunnu teir báðir, upp-finnarin Levi Heinesen og jarnsmiðurin, Kjartan Han-sen frá Meka-nor sanna.

Endiliga er patentumsók-nin, sum arbeitt hevur ve-rið við í langa tíð, gingin á møti. 27. Mai 2014 er brævið frá Awapatent dag-fest, sum sigur frá, at Spf

Á Bakkanum hevur fingið evropeiskt patent upp á róðrið, sum Levi Heinesen fann upp og sum Kjartan Hansen frá Mekanor tók til sín.

Eftir at hava gjøgnum-hugsað nýggja róðrið, gjør-di Levi Heinesen nakrar praktiskar royndir. Eitt slíkt royndarróðurróður gjørdi Jørgen Ellingsgaard á Pomek. Tað róðrið bleiv sett upp undir bátin hjá Ri-chard Thomsen, og tað rig-gaði somikið væl, at Levi Heinesen fekk sannført Kjartan Hansen, vinmann, granna og stjóra á Meka-nor um projektið, og at rætt hevði verið at roynt at gjørt eitt rættuligt róður til eitt størri skip.

Kjartan Hansen, sum bleiv eldhugaður fyri sa-kini, bar hetta upp á mál við Guttorm Simonsen, ið tá átti Polarstjørnuna. Guttorm bleiv líka bilsin og sannførdur um róðrið

sum Kjartan, og teir báðir avtalaðu so, at um Meka-nor gjørdi prototypuna, so skuldi hann seta línuski-pið Polarstjørnuna til at royna róðrið á, og riggaði róðrið eftir ætlan, so skuldi reiðaríið hjá Polarstjørnu-ni gjalda tilfarið: ”Smíða tú róðrið, so skal eg leggja skip til”, tað vóru orðini frá Guttormi Simonsen, reiða-ra. Hetta lyfti hansara fekk veruliga gongd á projektið, sigur Kjartan Hansen.

Nú var bara at fara ígongd. Vit eru nú í mai mánaða í 2010. Polarstjørnan skal á beding 14. august, so her er at bera skjótt at. Jón Mag-nussen frá Naucon fer undir at tekna og Kjartan undir at skera teir ymisku lutirnar út og sveisa.

28. august í 2010 er alt arbeiðið liðugt. Gamla róðrið er tikið undan Polar-stjørnini og SWIFT TURN, sum róðrið nú eitur, er sett uppundir. Hetta er gjørt við

loyvi og eftirliti frá Norsk Veritas, sum hevur góðkent tekningarnar til róðrið at seta róðrið upp undir skipið sum eina roynd í ½ ár.

Fyrst í september verður róðrið so roynt við at siglt verður á Vágni, og alt sý-nist rigga væl. 3. september í 2010 fer Polarstjørnan so á royndartúr nr. 2, at seta tveir stokkar norðanfyri. Alt gongur væl á túrinum og skjótt eftir hetta fer Po-larstjørnan til fiskiskap.

Norsk Veritas loyvdi sum sagt, at róðrið kundi standa undir í eitt hálvt ár, til tá Polarstjørnan aftur skul-di upp til eftirlit. Tríggjar ferðir fekk Polarstjørnan eina royndartíð upp á hálvt ár, og hvørja ferð gav Norsk Veritas viðmæli til at hal-da áfram, til stuttu loyvini endaðu við at Polarstjør-nan fekk loyvi at sigla í eitt ár. Eftir royndartíðina uppá trý og eitt hálvt ár, fingu róðrið, sum Mekanor

hevði gjørt, tekningarnar, sum Mekanor hevði gjørt saman við Naucon og up-pfinningin hjá Levi Heine-sen, so endaligar leiðreglur at halda áfram at tekna nýtt róður, nú prototypan hevur staði sína roynd, frá Norsk Veritas.

Einastandandi róðurLevi Heinesen er skipstim-bursmiður og sjómaður, og so býr hann heilt niðri við sjóvarmálan á Bakkanum á Stongunum, í barnaheimi sínum.

Alt hansara lív hava skip og bátar fylt nógv. Í kjal-lara sínum á bakkanum hevur Levi gjørt sær ein lítlan verkstað, og her hava stundir verið at hugsa og eksperimentera innímillum arbeiðini, ið skuldu gerast.

Uttanfyri vindeygað havi eg sæð, hvussu torført tað mangan hevur verið hjá skipum og bátum at leggja til og fara frá brúgvunum

á Vágni. Eg fór at hugs um, um tað ikki mundi bera til at gera okkurt við manøv-rerings førleikan.

Um róður hjá skipum visti eg nógv. Serliga at tey vanligu róðrini høvdu eina róðurstammu, sum tey snaraðu um, og at tey, tá tú koyrdi róðrið í borðið, bert tóku helvtina av skrúvu-vatninum við sær, orsakað av at róðurstamman stóð miðskips beint aftanfyri skrúvuna.

Eg visti eisini, at nýg-gjara flappróðrið, umframt at hava ein flapp aftast á róðrinum, eisini hevði ein flapp frammanfyri róður-stammuna, men framve-gis fór nógv skrúvuvatn framvið róðrinum uttan at róðrið brúktu megina frá tí til at venda skipinum við.

So eg fór at putla við hugskotinum um at gera eitt róður, sum megnaði at brúka allan sjógvin, ið kom aftur við skipinum frá

K L A KSV ÍKSRÓÐRIÐ HJÁ LE V I HEINESENHE V UR NÚ FINGIÐ H A NDILSN AV NIДSWIF T TURN” OG ER PATENTER AÐ

Page 22: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201422

Ólíkt øðrum róðrum svimur ”Swift Turn” róðri runt um skrúvuna

skrúvuni, í bæði borð.Aftanfyri skrúvuna á

einum skipi, sum siglir við nógvari ferð, arbeiða nógvar kreftir, og tí krevst ein unik konstruktión, um eitt róður skal klára slíka megi. Hendan knútin hava ivaleyst fleiri roynt at loyst, uttan at komið er á mál, men við fyrsta uppskoti-num, sum eg gjørdi mær úr træði á snikkarabonkinum við sjóvarmálan á bakka-num, eydnaðist tað mær at sannføra serkunnleikan, Kjartan Hansen og seinni Guttorm Johannesen, at eg hevði loyst gátuna og tí er SWIFT TURN róðrið í dag veruleiki, við góðkenning frá Norsk Veritas og við patentgóðkenning í Evro-pa. Patentmyndugleikarnir hava kanna og hava funnið útav, at ongin onnur slík róðurloysn er framløgd na-kra aðrastaðni í heiminum áður.

Máttmikið róðurNú hevði verið spennandi, um onkur vildi latið annað skip til enn eitt SWIFT TURN róður, sigur Kjartan Hansen. Við tilvísingum frá Norsk Veritas og við royndunum frá Polarstjør-nuni hava vit saman við Jón Magnussen frá Naucon tekna eitt nýtt róður, sum vit eru sera spentir uppá at sleppa at royna.

OljusparingRoyndirnar frá Polarstjør-nuni vísa, at skipið spardi nógva olju við nýggja róðri-num. Orsøkin var, at av tí at róðrið stýrdi so optimalt skrúvuvatninum, so skuldi sera lítil flyting av róðri-num til at halda skipinum á kósini og ikki minst vær sera lætt at halda skipinum rætt á línuni ímeðan drigið var.

Eg eri eisini sannførdur

um, at hjá trolarum er nógv olja at spara við at seta eitt SWIFT TURN róður uppundir skipið. trolinum og virka sum lemmur, so bremsar tradionella róðrið í øðrum borðinum ímeðan skrúvuvatni í hinum borði-num fer ótarnað framvið. SWIFT TURN róðrið ben-dir alt skrúvuvatnið tann vegin tú vilt hava tað at fara tá tú snarðar. Umborð á Po-larstjørnini virkaði tað so væl, at um teir sigldu upp á spring við skrúvu fram og róðrinum í borðinum, so bakkaði skipið, so effektivt stýrdi róðrið skrúvuvatni-num..

Hugsar tú so um trolarar, ið trola á tradionellan hátt, har báðir wierarnir mótar-beiða einum tradionellum róðri, so er onki at ivast í, at her er nógv olja at spara við SWIFT TURN. – Eg eri vísur í, at hjá fleiri ski-pum verður tað sum at fáa eina bógvskrúvu við nýggja

róðrinum.

Áhugi aðrastaðni Sjálvt um vit hava arbeitt við hesum SWIFT TURN róðrinum nú í fleiri ár, so er patentið fyrst nú komið í hús hjá Spf. Á Bakkanum, sum Levi, eg sjálvur og on-nur eiga saman, so enn he-

vur ikki nakað søluarbeiði verið gjørt, sum er vert at nevna, men tó hevur áhugi verið fyri róðrinum. Eisini uttanlanda.

Umframt at vit hava fingið fyrispurningar frá trimum ymiskum før-oyskum reiðaríðum, so hava vit verið í Noregi á

fundi við róðurframleiða-ra, ið helst hevur áhuga í at framleiða róðrið og eisini at keypa patentið, so sigast má, at tað sær út til at vit fara at ganga eini spennan-di tíð í møti.

Page 23: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 23

8.nov. kl 22 verður konsert í Spaniastovu við Una Debess og Ja-nus á Húsagarði.

Janus og Uni fara at spæla írsk og egin løg, sum teir spældu á ein konsertferð, teir vóru á í Írlandi fyri ei-num ári síðani!

Teir fara eisini at spæla nøkur nýggj løg hjá Janusi, sum verða útgivin á fløgu um ikki so leingi.Atg.m. kunnu bíleggjast á 457151.

Frá Leikar í lund: Tónabrúgv 2014

UNI DEBESSOG JANUS Í SPANIASTOV U

Page 24: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201424

SøluRásin 2014 verður í høllini á Skála viku-skiftið 8.og 9. november.

Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítrót-tarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri.

Hetta er 17 árið stevnan er, og hevur hon altíð verið væl vitjað.

Eisini verður ymiskt un-dirhald báðar dagarnar.

Nevnast kann, at leygar-dagin kemur Lovsongsból-kurin úr Kelduni í Skála-firði at syngja á pallinum. Fløguaktuelli klovnurin BUBU kemur at undir-halda bæði við sangi og klovnakynstri. Um kvøldið kemur Døgg saman við øðrum at syngja og spæla. Sigast skal at Døgg saman

við øðrum arbeiðir í løtuni við at geva fløgu út.

Sunnudagin verður ei-sini ymiskt á skránni m.a. koma Rakul Ró og Steintór at framføra teir vælkendu barnasangirnar, sum vit kenna frá Kula Rótum.

Seinni hetta kvøldið kemur Signar í Homrum sjálvur annar at syngja. Hann er kendur runt landið við sínum góðu sangum t.d. Tað er gott at elska.

Vørutombola verður uppi í bygdasalinum sunnudag-

in. Umframt alt hetta verða

tvær mótasýningar hvønn dagin.

Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um ym-sar vinningar millum seld

atgongumerki fyri dagin.Høvuðsvinningar eru

tveir kekkar á 4000 kr. mil-lum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar, sum verða trektir sunnukvøldið.

Fleiri barnaatgongumer-ki á 20 kr tit keypa, størri er

møguleikin at vinna.

Øll eru hjartaliga vælko-min á SøluRásina 2014 í høllini á Skála.

S Ø LURÁSIN 2014 Á SK ÁL A

Page 25: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 25

Tað er ikki bert í Føroyum, at fót-bóltskappingin fær ein enda. Soleiðis er eisini í danska høvuðs-staðnum, har føroyska felagið ÍF Føroyar hevur fýra lið, sum spæla á heilum vølli. Trý manslið og eitt kvinnulið. Ávika-vist komandi og næsta vikuskiftið byrjar vetrarfrítíðin.

Danial Viðoy

Útisetalív í Keypmanna-havn: Kappingin hjá besta mansliðnum heldur fram aftur í vár og tað ger kap-pingin hjá kvinnuliðnum eisini. Kappingin hjá hinum báðum liðnum endar. Næst-besta mansliðið hevur enn møguleika at enda í topp trý.

Besta mansliðiðBesta mansliðið spælir í Seriu 1. Christian Høg-ni Jacobsen er spælandi venjari hjá hesum liðnum. Á liðnum eru eisini aðrir menn við góðsku, sum vit fyrr hava sæð í fremstu før-oysku fótbóltsdeildini. M.a. Steffan Kalsø, Matthias Sa-muelsen og John Hammer úr KÍ, Rókur av Fløtum Jespersen, Ólavur S. í Ólavsstovu og Emil Nolsøe Leifsson úr HB, bert fyri at nevna nakrar.

Tað hevur gingið nøku-lunda í ár, hóast at ynski-ligt hevði verið við fleiri stigum. Sum nú er, liggur fyrsta liðið hjá monnunum á 7. plássið við 19 stigum eftir at hava spælt 12 dystir. Besta liðið hevur ein dyst eftir áðrenn vetrarfrítíðina, sum ikki er komandi, men næsta vikuskiftið.

Annað liðið hjá monnunumAnnað liðið hjá monnunum spælir í Seriu 2, sum er

skipað eitt sindur øðrvísi. Talan er um tvær kappingar um árið. Ein kapping er um várið og fram til sum-marfrítíðina og hin eftir summarfrítíðina. Hendan seinna kappingin endar komandi leygardag, tá ið síðsti dystur er á skránni.

Annað liðið hevur møgu-leika at enda í topp trý. Sum nú er liggur annað liðið hjá ÍF Føroyum á 5. plássið við 18 stigum eftir 10 umfør. Frammanfyri liggja tvey lið við 19 stigum hvør, nú tað restar eitt umfar. Ikki er møguligt at fanga tvey tey ovastu.

Triðja liðið hjá monnunumTriðja liðið spælir í Seriu 4 og er kappingin skipað eins og annað lið. Tá ið seinna kappingin endaði um hesa tíðina í fjør, flutti liðið upp í Seriu 3. Men tað var ov stórur biti at gloypa, tí í kappingini áðrenn sum-marfrítíðina flutti triðja liðið hjá monnum niður aftur í Seriu 4. Í Seriu 4 hevur gingið betri, tí liðið liggur mitt á stigatalvuni við 13 stigum eftir 10 um-førum. Komandi vikuskif-tið verður eisini seinasti dysturin hjá hesum liðnum.

KvinnuliðiðKappingin hjá kvinnunum er skipað á sama hátt sum fyrsta liðið hjá monnunum. Kvinnurnar fluttu upp í fjør og spæla nú eini seriu, ið kallast ”Kvindeserie Øst”. Hendan kappingin er sera

hørð og tað hava tær føroysku kvin-nurnar eisini merkt. Tær liggja nevnili-ga næstniðast við 3. stigum eftir 9 um-førum. Men tað eru bert fýra stig upp um strikuna og tað eru nógvir dystir ef-tir at leika. Tær hava ikki givið upp enn og fara at geva kap-pingarneytunum ein skarpan gang.

Kappingarárið endar við veitsluÁ hvørjum árið er ársveitsla hjá felag-num og soleiðis er eisini í ár. Leygar-dagin 8. november hava øll liðini spælt sín seinasta dyst og hendan sama dag verður ársveitslan í Føroyingahúsinum.

FÓTBÓLT SÚTISETAR Í KE YP-MANNAHAVN FAR A Í V ETR ARFRÍ

Page 26: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201426

Í sambandi við meirnýts-luna hjá SSL í fjør, eru fjølmiðlar, politikkarar og onkur advokatur farin fullkomiliga í sjálvsving og alt verður blandað saman til ein stóran skila-leysan peruvelling.

At brot verður framt á stýrisskipanarlógina § 43, stk. 2, er einki óvanligt, og í yvirlitinum frá landsstýris-málanevndini 20. januar 2010, har Jóannes Eides-gaard varð kærdur inn fyri landsstýrismálanevndina, er í fylgiskrivi upplýst, at uml. 600 ferðir - í tíðarske-iðnum 2003-2008 - varð

brot framt á stýrisskipanar-lógina og sæst eisini m.a., at SSL fyri árini 2005, 2006, 2007 og 2008, hevði eina meirnýtslu - og harvið framdi landsstýrismaðurin brot á stýrisskipanarlógi-na – uppá ávikavist kr. 14,7 mió., kr. 10,6 mió., kr. 0,1 mió. og kr. 6,9 mió.

Hetta vísir greitt, at brot á stýrisskipanarlógina og nú játtanarlógina, er eitt van-ligt fyribrygdi og er sostatt ikki nakað, sum núveran-di løgmaður hevur funnið uppá ella bjóðað inn til.

Hyggja vit eftir tølunum annars fyri landskas-saroknskapirnar, so sæst:

at Karsten Hansen sum heilsumálaráðharri í 2013 hevði eina samlaða meir-nýtslu á sínum øki, spjadda yvir 15 konti uppá gott kr. 7 mió., harav tann størsta ein-staka var kr. 4,1 mió.

at Aksel V. Johannesen sum heilsumálaráðharri í 2009 soleiðis breyt stýris-skipanarlógina 9 ferðir við tilsamans einari meirnýtslu

við tilsamans kr. 9 mió.at Høgni Hoydal í tíðar-

skeiðnum 1998-2002 fram-di fleiri brot á stýrisski-panarlógina, hóast tølini vóru væl minni enn oman-fyri.

at Páll á Reynatúgvu, tá hann hevði ábyrgd av Almannaráðnum í 2002, framdi 6 brot á stýrisski-panarlógina við einari mei-rnýtslu uppá kr. 1,7 mió.

og meðan Bjørn á Heygum sat sum løgtingsli-mur í 1997, var fyri alman-namál ein meirnýtsla uppá kr. 32 mió.

Alt hetta er farið fram, uttan at nakað er hent.

Hetta vísir eisini, at eingin automatikkur er ímillum tað, at bróta stýris-skipanarlógina, og brot á lóg um ábyrgd landsstýris-manna. At øll hesi brot eru framd og einki er hent, má eg sum borgari tí skilja so-leiðis, at løgingið ikki he-vur mett, at brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýri-sins.

Ábyrgdarlógin § 4 nevnir “medvirkni” sum í revsiló-gini § 23 definerað sum “alle der ved tilskyndelse, råd eller dåd har medvirket til handlingen“.

Málið, sum í løtuni er til umrøðu í Føroyum – meir-nýtsla á SSL – er tí ikki ein spurningur, hvørt lands-stýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina ella ikki – tað hevur hann eins og allir teir omanfyri - men um hann hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrisman-na.

Viðgerðin hjá nevndini eftir hetta snýr seg tí um:

1. Hvørt brotið á stýrisskipanarlógina, eisini er brot á § 5 og § 4 í løgt-ingslóg um ábyrgd lands-stýrismanna.

2. At tað er lands-stýrismaðurin og bert landsstýrismaðurin, sum kann áleggjast ábyrgd ef-tir løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins.

3. At landsstýris-málanevndin í síni kanning

– hóast tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin ikki bað um eykajáttan og syr-gdi fyri at fáa viðurskiftini í rættlag í fíggjarárinum 2013 – kemur til, at tað ikki ber til at staðfesta, at lands-stýrismaðurin hevur brotið løgtingslógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Landsstýrismálanevndin metir sostatt, at landsstýris-maðurin ikki í medvirkni hevur framt brot á lógina.

At talan er um ein min-niluta í tí einu avgerðini, broytir ikki hesa støðu, tí talan var eisini um ein mei-riluta og minniluta, tá ið kanningin um Kára P. Høj-gaard og Kaj Leo Holm Jo-hannesen varð sett í gongd, tá Skálafjarðartunnilin skuldi kannast.

Fyri at bróta lógina um ábyrgd landsstýrisman-na, skulu tey vanligu rev-sirættarligu hugtøkini vera uppfylt, men má eg her staðfesta, at nógv samskifti hevur verið millum stovnin og landsstýrismannin, at

stjórin misti starvið, at ut-tanhýsis kanning varð sett í verk fyri at finna útav hvør-ji røttu tølini vóru, og kom tá fram, at rættiligt óskil hevði verið á stovninum.

Longu av hesum grun-dum eru tey subjektivu rev-sirættarligu kriteriini fyri at brot skal vera framt á lóg um ábyrgd landsstýris-manna, ikki uppfylt, og er tí avgerðin hjá meirilutanum í nevndini røtt.

Omanfyri nevndu stað-festingar um hvussu ofta stýrisskipanarlógin hevur verið brotin gjøgnum sein-ru árini staðfestir, at yvir-skriftir sum:

“Løgmaður bjóðar ok-kum at bróta lógina”

“Anerki á hægsta stigi: Innbjóðing til lógarbrot”

einki hava við veruleikan at gera.

Tórshavn 3. november 2014Jógvan Páll Lassen

MEIRN Ý T SL A-A N A RK I-BA N A NREPUBLIK K

Uni Dánielsen, stjóri í Vága- og Norðoyatunlunum vát-tar at fíggjarliga gongdin í feløgunum er nøktandi og at feløgini javnan viðgera prísirnar, men hann vil tó ikki vátta, at prísirnir læk-kað í næstum. Hóast økta ferðslu eru inntøkurnar hel-dur minni enn seinasta ár, hetta orsaka av at prísirnir lækkaðu í tveimum umfø-rum seinasta ár.

Tá Vágatunnilin læt upp fyri ferðslu kostaði bíligasti túrurin kr. 188,- pr. akfar og tá Norðoyatunnilin læt upp í 2006 kostaði ein túrur kr. 170 og um tú hevði kubba kostaði ein túrur kr. 102,-

Í dag kostar ein túrur við

kubbahaldi kr. 50,- men stjórin í Vága- og Norðoya-tunlinum vil ikki vátta ella avsanna tíðindini um at ein príslækking er á veg á nýg-gjárinum.

- Jaliga fíggjargong-din hjá báðum tunlunum sæst aftur og skal sjálvan-di koma brúkarunum til góða, men hvørt prísirnir verða lækkaðir ella ikki er ein avgerð sum nevndin tekur. Ferðslan í tunlunum er hækka higar til í ár mil-lum 5% og 7% og tekniska útgerðin í Vágatunlinum er nú liðugt avskrivað. Haraf-turat er likviditeturin bat-naðu við tað at láni í Vága-tunlinum er útgoldið .

Men hóast stjórin fyri undirsjóvartunlarnar ikki vil vátta tíðindini so ljóðar fyri vist at tey sum brúka tunlarnar gleða seg til eina príslækking á nýggjárinum.

Talvunar vísa miðalferðslu-na seinastu 4 árini í báðum tunlunum.

Frá januar til oktober í ár hava íalt 708.589 bilar koyrt í Norðoyatunlinum. Hetta er ein vøkstur á 5,5% í mun til sama tíðarskeið 2013. I Vágatunlinum koyr-du 569.351 bilar, ein vøks-tur á 7,6% í mun til seinast ár.

PRÍSL ÆKKING Á VEG Í UNDIRS JÓVARTUNLUNUM?

Page 27: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 27

BOOOM’*#/*: Nú er tað byrjað. Hvøllu ljóðini av skotum eftir tí stakkals haru, ið roynir sítt ítarsta at sleppa við lívinum. Ha-rutíðin byrjaði 2. novem-bur og heldur fram árið út. Í ár fall 2. novembur á ein sunnudag, so væntan-di vórðu flestu byrsurnar ikki løddar fyrr enn far-na mánadag.

Danial Viðoy

Føroyingar dáma væl at ve-iða. Í fjør lótu 7.562 harur lív. Tað vóru 900 harutúrar

skrásettir. Hetta ljóðar nógv í einum lutfalsliga lít-lum landi. Jú, tað er nógv hara til í Føroyum. Árið undan, altso í 2012 vóru skotnar eitt sindur færri, hóast talið lá uppi á teimum sjeytúsund.

Í øllum aldriHugurin at skjóta haru er stórur í Føroyum. Tað er fyri tað mesta mannfólk, ið dýrka hesa ítrótt. Líkt er til at hendan ítróttin, sum eg loyvi mær at kalla tað, fer at halda fram í nógv ár afturat. Á Facebook er

ein bólkur, ið kallast ”Ha-ruskjóting í Føroyum”. Her boða menn frá, hvussu nógv og hvar teir hava verið og skotið haru. At síggja til, eru tað ikki bert tilkomnir menn, ið leggja út á ból-kin, men eisini fleiri ungir dreingir.

Spenningur og kappingTað er heldur ikki undarligt heldur, at teir ungu taka við eftir teimum gomlu. Tí ha-ruskjóting er sera spennan-di. Frá tí, at viðkomandi er komin út um bøgarðarnar og inntil viðkomandi er ko-

min oman aftur í bygdina, er háspenningur í luftini. Menn ganga mestur á tá og væntað at síggja haru un-dan hvørjum steini. Tað er spennandi. Kemur ein hara so í skotmála gerst túrurin bara meira spennandi, ser-liga um haran verður rakt.

Tað er eisini ein ávís kapping, tá ið haruveiða er á skránni. Hvør verður be-stur, hvør skjýtur flestar ha-rur. Hvør hevur ikki hug til spenning og kapping?

Tað hevur vundið alsamt meiri upp á seg, at ganga í fjøllunum. Pól Sundskarð gongur javnan í fjøllu-num. Í fjør heitti hann á haruskjúttar, um at gerast betri at taka patrónhylkir upp eftir sær. Nú er minni órudd at síggja, sigur hann.

Pól Sundskarð skrivaði soleiðis her fyri inni á ból-

kinum, ”Haruskjóting í Føroyum”:

Góðu tit her inni á bólki-num. Í september seinasta ár skrivaði eg her á bólki-num um tóm patrónhylkir. Sum tit vit so dámar mær ómetaliga væl at ganga í høgunum kring alt Føroyar. Til tykkara rós havi eg sæð munandi minni hylkir í ár

enn tey seinnu árini. Vón-andi hava tit hettar í hug-anum í ár. Fari at ynskja tykkum eitt gott veiðuár, og ansið væl eftir tykkum.

Men er tað skilagott at gan-ga í fjøllunum til stuttleika harutíðina?Spurningurin er so, um tað er skilagott hjá fjallaganga-

runum at ganga í fjøllunum harutíðina. Tað kann vera vandamikið, tá ið so nógvar byrsur eru í haganum.

Ein viðmerkti til støðu-dagføringina hjá Pól, at tað hevði kanska verið skilagott, at boða bónda-num ella haruskjúttunum frá, áðrenn farið var í ha-gan. Hesa tíðina eru tað,

undir øllum umstøðum, haruskjúttarnir, ið hava fyrstarætt at fara í hagan. Ein stuttleika gongutúrur kann órógva haruskjútta og haruveiðu. Men verður

samskift sínámillum, er al-larhelst pláss fyri øllum.

Mynd úr savninum

IKKI BAR A SK JÓTA– EISINI RUDDA

HARUTÍÐINSTENDUR F YRI DURUM

Page 28: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201428

Vit eru sera fegin um at vit, saman við m.a. Klaksvíkar Kommunu, eru farin undir nýggja miðbýin í Klaksvík.

Vit fara at byggja 30 íbúðir kring nýggja Biskupstorgið, og koma hesar at mynda nýggja og spennandi miðbýarøkið. Umframt at hava ymsar almennar funktiónir í veghædd, verður eitt fjøltáttað úrval av íbúðum í ovaru hæddunum.

Yviri við Strond 6Postsmoga 215110 Tórshavn

Tel. [email protected]

Bústaðir virka fyri at útvega, veita og reka hóskandi bústaðir. Vit ynskja at fl eirtátta útboðið av leigubústøðum í Føroyum.

30 íbúðir við Biskupstorg

Page 29: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 29

Page 30: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 201430

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*. Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald**.

Støkk inn á gólvið í Havn ella Klaksvík, so kunnu vit vísa tær okkara nýggjastu bilar og greiða nærri frá 3 ára servicepakkanum.

Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlitÓkeypis umvælingarÓkeypis Toyota eykalutirÓkeypis viðlíkahald og skift av bremsumÓkeypis olja, løgir og skiftÓkeypis perur og skiftÓkeypis viskarar og skift

Ókeypis sprinklaraløg og áfyllingÓkeypis filtur og skiftÓkeypis vask av bili ísv. eftirlitÓkeypis tøkniligar dagføringarÓkeypis bilhjálp í EvropaHægri søluvirði á bilinum

Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40

Tú fært nógvar fyrimunir við einum Toyota 3 ára servicepakka:

*) Galdandi fyri allar nýggjar persónbilar. Servicepakkin er ikki galdandi fyri vørubilar og hýruvognar. **) Galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.Sí meira á reyniservice.fo

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Keyp ein Toyota - og fá ein 3 ára servicepakka

sansir.fo

Page 31: Nordlysid nr 36 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 36 MIKUDAGIN 5. NOVEMBER 2014 31

Page 32: Nordlysid nr 36 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]