nordlysid nr 27 2014

20
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 SKIPARIN Á JÓHANNU, BJARNI BRATTABERG , Á SJÓMANNADAG VIÐ FORVITNISLIGUM GÁVUM FSF NOKTAR NORÐ- LÝSINUM UPPTØKU RODRIGO GIVIN Í KÍ SJÚRÐARBERG FER EFTIR MAKRELI SØGUR OG SAGNIR UM KÓPAR OG FÓLK ERU NÓGVASTAÐNI KRING UM Í HEIMINUM

Upload: nordlysid

Post on 06-Apr-2016

284 views

Category:

Documents


16 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 27 Fríggjadagin 29. aug. 2014

TRANSCRIPT

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

SK IPA RIN Á JÓH A NNU, B JA RNI BR AT TA BERG,Á S JÓM A NN A DAG V IÐ FORV ITNISLIGUM G ÁV UM

F SF NOK TA R NORÐ -LÝSINUM UPP T Ø K U RODRIGO GI V IN Í K Í

S JÚRÐA RBERG FEREF T IR M A K RELI

S Ø GUR OG S AGNIR UM KÓPA R OG F ÓL KERU NÓGVA S TA ÐNIK RING UM ÍHEIMINUM

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 20142

Sjómannadagin, leygardagin 23. august, bóðu vit Óla Olsen rithøvund at hugleiða eitt sindur úti í gom-lu smiðjuni Ídni.

Serliga varð hugsað um at savna fólk, ið onkursvegna hevði tilknýti til smiðju-na, tó at øll sjálvsagt vóru vælkomin at vera við. Eftir ætlan skuldi eldur vera í es-suni henda dagin. Tað gled-du nógv seg til, men so varð tíverri ikki, tá ið av tornaði.

Óli Olsen segði m.a: - Góða samkoma, hjartali-ga væl komin til hugnaløtu í Ídni. Umframt at siga eitt sindur um gomlu smiðjuna fari eg at nema við søguligu tíðina her í Klaksvíksgarði-num, her ið vøgga klaks-víkinga stóð. Stuttligt hevði verið, um onkur aftaná vi-sti okkurt forkunnugt frá smiðjuni at siga.

Mær vitandi hevur Ídni altíð borið gott orð á sær sum arbeiðspláss, og her hava nógvir dugnaligir smiðir og lærlingar virkað. Men nær farið var til verka upprunaliga, havi eg ikki fingið uppspurt. Heimildar-maður sigur, at húsið varð takt í 1946, so helst eru teir byrjaðir sama árið ella kan-ska árið eftir.

Teir fimm, ið stovnaðu virkið, vóru brøðurnir Torvald, Jógvan og Gulak Hansen, Hans Jakku Ju-stesen, ið arbeiddi á el-ver-kinum á Strond, og Jóan Petur Jacobsen ættaður úr

Vestmanna. Eigaraviðurskiftini

broyttust tíðliga, skilst. Hans Jakku Justesen og Gulak Hansen tóku seg burturúr, og Jógvan Joen-sen lærari, Jógvan hjá Dala, keypti seg inn í fyritøkuna. Jóan Petur Jacobsen doyði í 1952, og einkjan Emma Fuglø sat síðani sum par-taeigari. Tá ið so Jógvan Hansen tók seg burturúr, áttu Jógvan Joensen, Tor-vald Hansen og Emma Fuglø Ídni.

Jógvan hjá Dala, hevði bókhaldið og sagt verður, at hann dugdi væl at fáa peningin inn. Hann hevði ávís fólk at ganga við rok-ningum, og eydnaðist tei-mum ikki at fáa peningin inn, fór hann sjálvur.

Mogens Højsted segði, at tá ið hann í 1972 fór at læra í Ídni, var Jógvan Joen-sen stjóri, Torvald smiðju-meistari og Emma Fuglø

nevndarlimur. Tey sótu ei-sini í nevndini, men hvør var nevndarformaður, visti hann ikki.

Um 1980 tók Mogens Højsted við sum stjóri, men sum frá leið, gjørdust tíðir-nar truplari og truplari, og í 1990-árunum máttu teir snara lykilin um, segði Mo-gens. Hann segði eisini, at roynt varð at lata Ídni upp aftur, men at henda tíðin gjørdist ikki so drúgv.

Heimildarmaður sigur, at Ídni fekk góða byrjan.

Stórur útróðrarbátur – 80-tonsari við 240 hesta alfa dieselmotori – fór í myrkri og kavaroki á land í Haraldssundi og gjørdist vrak. Smiðjan ognaði sær vrakið og við dykkara varð farið norður við sandbáti-num Karl Peturi. Motor-urin varð tikin úr og slei-paður til Klaksvíkar. Har varð hann tikin sundur, al-lur sum hann var, skolaður ígjøgnum, settur saman og seldur við góðum vinningi.

HUGN A L Ø TA Í GOMLU SMIÐJUNI ÍDNI

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 3

Smoltstøðin liggur á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu. Støðin framleiðir laks frá rogni til smolt.

Ein størri útbygging er júst framd og er støðin tann størsta í Bakkafrost samtakinum, framleiðslan verður 4,0 milliónir smolt um árið. Tað starvast 8 fólk á støðini.

Arbeiðsuppgávur· At leggja framleiðsluna til rættis á ein so

tryggan og burðardyggan hátt sum tilber samsvarandi yvirskipaðu málum felagsins

· Starvsfólkaleiðsla· Fíggjarstýring· Framleiðslustýring· Virka fyri góðari fiskaheilsu og vælferð

Førleikakrøv· Góðar leiðslueginleikar og royndir við leiðslu· Áhuga fyri lívfrøði og tøkni· Álítandi og fleksibul· Viðkomandi útbúgving · Dugir at samskifta á norðurlenskum og enskum

Vit bjóðaVit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýmenning eru lykilin til at standa seg í kappingini. Talan er um eitt starv við stórum avbjóðingum, har dentur verður lagdur á tøkni, lívfrøði, effektivisering og trivna.

Løn og setanartreytirLøn og setanartreytir eru sambart avtalu.

Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú væl­komin at seta teg í samband við Leif av Reyni, deildarleiðara, á tel 23 50 72 ella við t­brævi til [email protected].

UmsóknUmsókn til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast við t­brævi til [email protected].

Umsóknarfreist 15. september 2014

Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com

LEIÐARA TIL SMOLTSTØÐÁ NORÐTOFTUM

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk

BAKKAFROST SØKIR

sansir.fo

amr.fo

Jórun Larsen Mørkøre, bakarameistari í Klaks-vík, er líka so umhyg-gin bakari sum yrkis-fit-ness-ítróttarkvinna. Nú í heyst, leygardagin 13. sep-tembur, skipar hon fyri ba-kikapping fyri amatørar.

Tilmelding er ásett til at vera í seinasta lagi 10. sep-tember

Hetta er ein køkukapping fyri amatørar. Tað vil siga, at øll leikfólk, tað er ikki bakarar og fólk, ið selja køkur heimanífrá, kunnu vera við í kappingini.

Kappingin, leygardagin 13. september, fevnir um veitslukøku, tertu og smá-køkur. Dómararnir leggja serliga dent á útsjónd, ið te-lur 25 prosent av dømingi-ni, smakk, 30 prosent, og kreativitet, 45 prosent.

Baksturin verður la-tin bakarínum hjá Jóruni ímillum kl. 11.00-12.30, 13. septembur, og klokkan

16.30 fer eitt dómaralið at kunngera sín úrskurð. Í dómaraliðnum eru Jórun Mørkøre, bakarameistari,

Lisbeth Mørkøre, bakaras-veinur, Jóhanna á Tjaldraf-løtti, húsarhaldslærari, og Charsten Lilleris, fakkon-

sulentur hjá fyritøkuni Odense Marcipan í Dan-mark.

Dómararnir kjósa vin-

narar, nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki, ið hvør sær fáa sín vinning frá ávíkavist Odense Marci-pan, PM (Poul Michelsen) og Jórun.

Allar køkur og allar up-pskriftir skulu merkjast, tá ið baksturin verður la-tin inn við uppskrift, so at dómararnir ikki síggja navnið á viðkomandi lutta-kara. Annars er ein treyt, at Jórun fær allar tær hjáløgdu uppskriftirnar, tí at hon við síni fyritøku fegin vil vísa, at eisini ein professionellur bakarameistari hevur brúk fyri at endurnýggja seg so vítt, tað ber til.

Tilmeldingin er í seinasta lagi mikudagin 10. sept. á telefon 21 54 14.

JÓRUN SK IPA R F Y RI K Ø KUK A PPING

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 20144

175 ÁRA MINNI: Tað var ikki einans við pinnagrevi-num, Chr. Pløyen amtmaður og fylgisneytar komu við av ferðini í Hetlandi, Orknoy-um og Skotlandi á sumri 1839. Eisini fiskireiðskapi komu teir við. Línan avloysti ongul og stein. Hetta var ein ferð, sum gagnaði útróðri-num í Føroyum fyrst og fremst

Pól á Kletti

»Havi eg agn og línu og bát, / ikki eg rekist á lan-di; / línan ei tornar, – er altíð vát, ...« yrkir Absa-lon Joensen (1872-1950) í Búreisingi 1902. Í ár eru

liðin 175 ár síðan Christian Pløyen, amtmaður, og fyl-gisneytar úr Føroyum vóru á kunningarferð í Hetlandi, Orknoyum og Skotlandi. Línureiðskapur var millum amboðini, teir komu aftur við til Føroya av hesi ferð at rógva út við. Pinnagrevið var annað; torvskeragrev við eggjaðum uppbendum horni øðrumegin.

Farið var av Havnini leygardagin 1. juni 1839 við skonnartini »Hector« hjá kgl. einahandlinum og komið aftur á Havnina mánadagin 9. september. Við sær hevði Pløyen, amt-maður, Poul Joensen, bón-da á Látrinum á Eiði, Poul Joensen, bátasmið í Búð í Nólsoy, og Mouritz Mohr, bónda í Hoyvík. Hetta var ein áhugaverd og djørv roynd at gera fyrireikingar fyri vinnuligum framburði í Føroyum, serstakliga in-nan fiskivinnu.

Fyri øllum teimum, sum fyrru helvt av nítjandu øld virkaðu fyri framburði í Føroyum – og her er talan um bæði føroyingar og fleiri danskar embætis-menn – stóð tann kongli-gi einahandilin sum tann stovnur, ið helt sína køldu hond yvir øllum tí, sum var,

og forðaði fyri nátúrligari menning. Avtøkan av ho-num í 1856 vísti seg eisini at vera inngangurin til eina nýggja tíð og ein av teimum grundleggjandi treytum fyri uppkomu tjóðskaparr-rørslunnar.

Christian Pløyen (1803-1867) skilti teir møguleikar, sum máttu liggja í fiskis-kapinum sum tí nátúrliga

vinnuvegnum hjá føroy-ingum. Men tað mátti vera við meira tíðarhóskandi arbeiðshátti og amboðum, og allarfyrst mátti einahan-dilin takast av. Hann helt, at føroyingar kundu læra nógv av hetlendingum, sum høvdu framkomnan fiski-skap í Norðuratlantshavi, eisini við Føroyar. Tí varð ferðin til Hetlands gjørd –

at kanna eftir, um ikki ok-kurt var, sum føroyingar kundu læra av.

Ferðin gav hesum mon-num nógv at hugsa um, og um tað, sum Pløyen sá og hoyrdi á ferðini, skrivaði hann eina ferðafrásøgn, »Erindringer fra en Reise til Shetlandsøerne, Ørken-øerne og Skotland i Som-meren 1839«.

Einahandilin størsti meinboginÍ Hetlandi var handilin heilt fríur. Útróðrarmenninir har høvdu ikki bert opnar bátar sum føroyingar, men eisini deksbátar. Teir vóru betur útgjørdir, og veiðihættirnir meira tíðarhóskandi.

Til dømis royndu het-lendingar nógv við línu, ið tá var mest sum ókend í Føroyum, her menn nýttu handspunnið snøri, stein og smíðaðan ongul (blýlodd og teinur komu ikki fyrr enn í 1870’unum). Í Hetlan-di vóru havnir og bryggjur, har skipini kundu leggja veiðuna upp og taka útgerð umborð. Slíkt var ikki til í Føroyum.

Tann parturin av veiðuni, sum ikki varð seldur sum feskur fiskur, varð saltaður og virkaður til klippfisk.

Føroyingar útfluttu bert turran fisk.

Føroyska sendinevndin kundi illa koma til aðra niðurstøðu enn at Føroyar stóðu ógvuliga aftarlaga samanbornar við Hetland. Um orsøkina var Pløyen ikki í iva (Regin av Steinum hevur umsett ferðafrásøgn hansara til føroyskt og for-lagið Stiðin givið út í 2012, men vit endurgeva Pløyen á upprunamálinum):

»Maatte den nu blot kun-ne bidrage til, her paa Fær-øerne at udvikle en eller flere af de Næringsveje, for hvis Skyld den er udført. Jeg tør slutteligen med god Samvittighed at sige, at jeg efter mine Evner, ærligen har arbejdet i de mig anvi-ste Retninger, og jeg skal alene endnu henvende mine Medborgeres Opmærksom-hed paa, at man, foruden de Hindringer, som lokale Forhold og Vedhængen ved det Gamle allesteder, læg-ger i Vejen for Forbedrin-ger, her har at kæmpe imod et, al Industri hæmmede, al Fortjeneste absorberende Monopol.«

Í 1840-árunum arbeiddu Chr. Pløyen, amtmaður, og Niels Hunderup, sorinskri-vari, nógv fyri at fáa ei-

»HAV I EG AGN OG LÍNU OG BÁT…«

Kvívíkingar flota bát. Í skutinum eru línukíkar. Útróðrarmenn norðanfjørðs tóku skjótari eftir línureiðskapinum enn sunnanfjørðs. Føroyska línan var lík teimum het-lendsku, men føroyingar høvdu styttri millum húkarnar. Línurnar vóru vanliga 8-10 stykkir. Húkarnir vóru rørdir upp í teymin, men ta seinnu tíðina varð alt vanligari at knýta teir uppí. Mynd: F. Børgesen. Danska Tjóðminnissavnið

Christian Pløyen (1803-1867). Fúti í Føroyum 1830-1837, amtmaður 1837-1848. Umboðsmaður Føroya á grundló-gargevandi tinginum 1848-1849. Heitasti talsmaður fyri at fáa einahandilin í Føroyum avtiknan. Hetlandsferð hansara 1839 saman við trimum føroyskum sendimon-num var liður í royndunum at fáa fríhandil í lagMynd: Kongliga danska Bókasavnið

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 5

nahandilin avtiknan. Teir gjørdust báðir limir í eina-ri nevnd, sum Østifternes Stænderforsamling í 1840 setti at viðgera spurningin. Nevndin mælti til at geva handilin leysan um tvey ella trý ár; men einki spur-dist burturúr – tí at fríhan-dilin fór at bera við sær »Tab for Finanserne«.

Ein nevnd við Hunderup sum formanni, sum í 1844 viðgjørdi eina umsókn frá einum donskum heilsølu-manni, H. P. Hansen at nav-ni, um at geva Føroya han-dil frían, heldur seg sum heild til tað álit, nevndin frá 1840 hevði gjørt.

Í 1846 samtykti stætta-tingið, at handilin skuldi gevast leysur, men fyrst fyri donskum ríkisborgarum.

So varð givið leystÁ tí grundlógargevandi ríkistinginum reisti Chr. Pløyen sum kongsvaldur umboðsmaður fyri Føro-

yar spurningin um at avt-aka einahandilin, og hann fekk undirtøku frá øllum síðum. Semja fekst um at geva handilin leysan frá fíggjarárinum 1852-53.

Innanríkisráðharrin F. F. Tillisch (áður amtmaður í Føroyum) gjørdi eitt ló-garuppskot, sum varð lagt fyri endurreista Løgtingið ta fyrstu tingsetuna. Løgt-ingsnevndin, sum Otto Jørgensen, próstur, var for-maður í (hann hevði embæ-tis vegna fast sæti á tingi), var víðgongdari enn danska stjórnin og kravdi handilin frían fyri ríkisborgarum úr øllum londum.

Niels Winther legði í 1853 í Fólkatinginum fram eitt uppskot, ið sum heild svaraði til tilmælið hjá løgt-ingsnevndini. A. S. Ørsted, innanríkisráðharri, góðtók ikki uppskotið; heldur ikki tá ein nevnd, har eisini Niels Winther hevði sæti, hevði gjørt eitt nýtt, sum í

februar 1854 við triðju við-gerð varð einmælt samtykt við 70 atkvøðum.

Niels Winther fekk tá Løgtingið at sýna Fólka-tinginum tøkk fyri at hava samtykt løgtingsuppskotið at kalla óbroytt, og at siga seg vóna, at stjórnin fór at semjast við Ríkisdag-in (Fólkatingið og Land-stingið).

Tá uppskotið kom til við-gerðar í Landstinginum, hevði Otto Jørgensen, prós-tur, sæti har sum føroyskur landstingsmaður, og hann var limur í teirri nevnd, ið sett varð at viðgera uppsko-tið. Tað uppskotið, land-stingsnevndin legði fram, varð at kalla óbroytt sam-tykt í báðum tingkømrum; og lógin, sum frá 1. januar 1856 gav Føroya handil leysan, bygdi sum heild á sjónarmiðini í løgtingstil-mælinum.

Við hesum vóru Føro-yar latnar upp fyri ávirkan

uttanífrá, og inneftir vóru løgir hjá nýggjum kreftum at virka. Tann meinbogin, Pløyen segði forða allari nýtíðar samfelagsmenning – »al Industri hæmmede, al Fortjeneste absorberende Monopol« – var tikin bur-tur.

Samanstoyturin millum ta nýggju tíðina og tað gamla føroyska samfelagið var harður; men á tí búska-parliga, sosiala og menta-narliga økinum vóru nýggir máttir farnir at bróta seg fram longu í tí gamla sam-felagnum.

Føroyingar við hetlendingum á útróðriFyri útróðurin í Føroyum kom ferð Pløyens, Póls á Látrinum, Póls í Búð og Mórisar í Hoyvík at hava almiklan týdning. Ætlanin var, at bert Pól á Látrinum og Pól í Búð skuldu fara við amtmanninum, men Móris í Hoyvík bað lova sær við

fyri egnan kostnað. Hann var nógv yngri enn hinir (19 ár; Pól á Látrinum var 60 ár).

»Hector« skuldi seta sendimenninar av í Het-landi á veg til Danmarkar. Tá ið teir nærkaðust Sum-burgh Head – suðurenda-num á Mainlandi – síggja teir nógv før liggja har og fiska; og við at síggja het-ta, gremur Pløyen seg í ferðafrásøgnini um, hvussu harmiligt tað er, at føroy-ingar, ið liggja so stutt frá Hetlandi – og í ikki minni fiski – ikki eru útgjørdir á sama hátt til fiskiskap sum hetlendingar.

Komnir á land í Hetlandi varð ikki leingi fyrr enn teir sóu, at munur var á, at tað, sum av sjónum varð vunnið og virkað meira í Hetlandi enn í Føroyum, gav stóran vinning. Nógv virksemi varð sett av til fiskivinnu-na; hon var høvuðsvinna. Í Føroyum var jarðarbrúkið

framvegis høvuðsvinna.Í Hetlandi verður nógv

gjørt fyri at lætta um ar-beiðið í fiskivinnuni fyri at fáa so nógv burturúr sum gjørligt. Her eru atlø-gubryggjur, bygdar eisini til størri før enn útróðrar-bátar at leggja at til at løða og lossa. Í Føroyum var hetta ókent.

Teir tríggir føroyingarnir, ið vóru við Pløyen á ferðini, skuldu rógva út saman við hetlendingum fyri at læra veiðihátt teirra at kenna. Og síðan skuldu teir læra at hagreiða fiskin frá tí hann var komin inn um stokkin til hann var klárur til útflut-nings sum salt- ella klipp-fiskur.

Sjálvt um hetlendingar høvdu nógv deksfør, so róðu teir eisini út við op-num bátum. Flestir útróðr-arbátar vóru til støddar sum føroysk áttamannafør, men bátsskipanin var bert seks menn og vóru tí bert seks

Fiskaturking á Krákusteini í Havn. Í baksýni gomlu kongligu einahandilshúsini í Tinganesi. Fyri øllum teimum, sum fyrru helvt av nítjandu øld virkaðu fyri framburði í Føroyum stóð tann kongligi einahandilin sum tann stovnur, ið helt sína køldu hond yvir øllum tí, sum var, og forðaði fyri nátúrligari menning. Avtøkan av honum í 1856 vísti seg eisini at vera inngangurin til eina nýggja tíð verkliga og mentanarliga. Mynd: Erik Faber (egið savn)

Hetlendskir útróðrarmenn komnir aftur at landi í Lerwick og leggja veiðuna upp. Tá Pløyen og fylgisneytar vitjaðu her fyri 175 árum síðan høvdu hetlendingar atløgubryggjur og havnir, sum lættu um alla inn- og uppskipan. Hetta var ókent í Føroyum tá. Mynd: George Grantham Bain Collection

Mouritz Mohr, bóndi í Hoyvík, bað Pløyen sleppa sær við fyri egna rokning. Tað slapp hann; annars var ætlanin, at ikki fleiri enn tveir føroyingar skuldu fara við amtman-ninum kunningarferðina til Hetlands. Myndin henda er av steininum yvir grøv Mórisar í kirkjugarðinum kring Havnar Kirkju

Saman við línuni fingu føroyingar amboð sum línuleyp, línutrog og kíkar. Ta fyrstu tíðina vóru flot og søkk ræt-tiliga tilvildarlig, men tað var skjótt, at menn fóru at nýta grindakík, grindavælindi og kálvsskinn flett í bjølg til flotMynd: Jóan Pauli Joensen, »Fiskafólk«

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 20146

røðir.Róð varð mest út við

línu, og tað var henda reiðskap, føroyingar vóru mest hugaðir fyri at læra seg at brúka, tí higartil hevði hesin reiðskapur bert verið viðfáningur í Føroy-um; flestu føroyingar høv-du ikki sæð hann. Jákup Nolsøe, handilsforvaltari í Havn, hevði tó havt menn til útróðrar við línu.

Hetlendingar høvdu línu í stykkjum, um fjøruti favnar við tíggju húkum á hvør-jum. Sett vórðu so fleiri ella færri stykki, sum vórðu knýtt saman undir setingi-ni; alt eftir sum líkindini vóru at seta langan ella stuttan reiðskap.

Tá bátur t.d. setti eini hálvthundrað stykki, so

var tað nógv ímillum hú-katalið, eitt seksmannafar í Hetlandi hevði við botnin í senn og eitt seksmannafar í Føroyum, her fimm menn í vøtti sótu við steini og ong-li – við einum einasta húki, egndum við beitu og forag-ni ella toskahjarta.

Hetlendingar róðu um hetta mundið ikki bert nógv út um várið, men ei-sini um summarið og út á heystið; júst í tí árstíðini, tá útróðrarmenn her heima mest sum noyddust at liggja uppi á landi, ella tá tað ið hvussu er illa loysti seg at føra meira fisk upp á land enn til húsbrúks; tí ikki kundi avreiðast í ráfiski, og at heingja fisk upp til turkingar í maðkatíðini var burturspilt.

Vert er at geva gætur, at hetlendingar ikki bert avreiða fiskin á støðni til handilin; um hetta mundið, Pløyen og fylgisneytar eru í Hetlandi fáa útróðrarmenn har sama prís fyri ráfisk frá bátinum, sum føroyski útróðrarmaðurin fekk fyri turran, ráskornan fisk.

Hjá hetlendingum var lítið og einki stríð út um tað at fáa fiskin úr sjónum, men í Føroyum mátti hann vera turrur, áðrenn handil-in gav nakað fyri hann, so áðrenn avreiðing var nógv í eftirfylgju.

Agnið, sum hetlendingar brúktu, var mest hýsa og seiður, meðan føroyingar við ongli og steini mest sum bara brúktu beitu, foragn ella fiskahjarta. Fuglaagn

nýttu føroyingar ikki nev-nivert fyrr enn línan var komin í brúk her á landi.

Húkarnir – bæði teir, ið knýttir vóru í línu og snø-ri – vóru hjá hetlendingum smærri og snøggari enn teir hjá føroyingum.

Dýr eyð beint fyri durum føroyingaIkki vóru korini hjá fiski-manninum í Hetlandi, har driftin var ófør, so fræg, sum vit kundu hugsað ok-kum, tí støðan var nevnili-ga tann, at tað vóru stóru, skotsku ognarmenninir – harramenninir – ið høvdu havt landið í hondum sínum síðan Christian kongur I í Danmark veðsetti tað saman við Orknoyum, tí hann ikki var førur fyri at

útvega heimafylgju tá hann í 1469 gifti burtur Margre-tu dóttur sína til James III kong í Skotlandi.

Hesir stórognarmenn lótu garðar í festi til bøn-dur, ið áttu meginpartin av fiskiførunum. Teir gjørdu skip og bátar út og keyptu fiskin, men tá bert eigarin hevði avgerðina um, hvat ráfiskaprísurin skuldi vera ella hvønn vinning, hvør manning skuldi fáa av sí-num fiskiskapi, er greitt, at gekk tað frá hondini í mun-nin, var bara at lata væl at.

Ein meginpartur av útróðrarmonnunum vóru bøndur, sum høv-du garð í festi frá teimum stóru jarðardrottunum, á skotskum nevndir »lairds«. Nógvir av hesum bóndum

vóru skuldarbundnir, tí jarðarbrúkið røkk ikki til lívsins uppihald, men skul-du tó gjalda høga leigu fyri festið. Tí noyddust teir at rógva út við báti hjá honum, teir høvdu garð í festi frá. Á henda hátt vóru bøndurnir bæði á sjógvi og landi hef-tir at jarðardrottunum og ikki harrar í egnum húsi.

Avreiddi fiskurin í Het-landi varð flaktur, vaskaður og síðan í mesta mun vir-kaður til klippfisk. Hen-da hagreiðing var at kalla ókend í Føroyum tá Pløyen og hansara menn vitjaðu í Hetlandi. Seinni varð henda fiskavirking algongd í Før-oyum, har handils- og út-gerðarvirki vórðu stovnað og skip fingin til vega.

Sum áður nevnt fiskaðu

Sluppir í havnini í Scalloway miðju nítjandu øld. Hesi skip sóust javnan draga giltan fong av grunnum um okkara leiðir. Slík fiskiskip við einari mastur áttu føroyingar seinni, men her vórðu tey kallað »langbumma-rar«. Tey skip, sum føroyingar kallaðu »sluppir« – við tveimum mastrum – vórðu í bretska kongadøminum nevnd »smack«, ofta við brunni at flyta livandi fisk til lands. Útsýnismynd: Thomas Woore (1804-1878)

Toftir av útróðrarbúðum í Feitilendi (Fathaland) í HetlandiMynd: Shetland Museum, Lerwick

Sjálvt um hetlendingar høvdu nógv deksfør, so róðu teir eisini út við opnum bátum. Flestir útróðrarbátar vóru til støddar sum føroysk áttamannafør, men bátsskipanin var bert seks menn og vóru tí bert seks røðir. Mynd: Shetland Museum, Lerwick

Poul Joensen, bóndi á Látrinum á Eiði, var ein av teimum trimum føroyingunum í sendinevndini til Hetlands 1839; hann var tá seksti ára gamal. Húsið á Látrinum var múgvandi og mentað; her gisti Fríðrikur VII, tá hann vitjaði í Føroyum sum krún-prinsur í 1844. Pól á Látrinum var eisini gestur kongs, og henda myndin er málað, tá hann kemur úr tafflinum í sjóstúku og stavnhettu. Mynd: H. M. Debes, »Søgur úr gomlum døgum«

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 7

hetlendingar eisini við sluppum ella deksbátum, tá Pløyen var kunningar-ferð sína hjá teimum. Hesi fiskifør sóust eisini undir Føroyum. Í hesum føri var mannagongdin vanliga tann, at eigarin, ið oftast eisini var útgerðarmaðurin, reiddi skipið út við neyðu-gari útgerð og vistum. Snø-ri og annan reiðskap mátti manningin sjálv útvega, og misti fiskimaður snørið, mátti hann sjálvur kosta eitt nýtt. Í sín part fekk man-ningin aðra helvtina av fon-ginum at býta sínámillum.

Hesar sluppir og deks-bátar høvdu summi damm at føra fisk livandi til lands við. Mest varð siglt til Bretlands við hesum fiski. Meðan føroyingarnir vóru í Hetlandi, kom ein slupp inn, har teir vóru, tvær ferðir við góðari veiðu; fyr-ru ferðina við 9000 toskum, seinnu við 5000. Í styttri tíð enn ein mánað høvdu het-lendingar verið hesar túrar, og var fiskurin, teir høvdu drigið, fingin tætt sunnan fyri Suðuroynna.

Vituligt mundi mangt bilgjast okkara landsmon-num í barmi, tá teir sóu hesa dýru eyð og frættu, at fongurin var fingin tætt uttan fyri egnar dyr, og at føroyingar í mun til hetlen-dingar vóru komnir ógvu-liga stutt í fiskiveiði og up-paftur minni áttu hóskandi før til at fiska við.

Við teirri slupp, her er

umrødd, vóru einans átta menn.

Megintakið at fáa línuna til brúksTeir føroyingar, ið fóru til Hetlands at søkja sær kunnleika í fiskivinnuni har, løgdu sær nær at fáa so nógv burtur úr hesi ferð sum gjørligt, meðan Pløyen sjálvur fór longri suður á ferð.

Komnir heimaftur til Føroya um heystið 1839,

vóru føroyingarnir førir fyri at rógva út við línu og at hagreiða fiskin, til hann sá út sum tann klippfiskur, sum hetlendingar fyrst lótu undir vrakarahond og síðan á marknaðin.

Á hesum monnum lá nú skyldan at læra av sær í Føroyum, so at meiri kundi fáast burtur úr fiskivinnuni, ið higartil hevði verið av lítlum týdningi, samanbo-rið við teir bestu fiskigrun-nar, føroyingar lógu tætt at

í Atlantshavi.Megintakið varð nú at

fáa útróðrarmenn í Før-oyum at taka við línuni sum fiskireiðskapi. Men tað gekk ikki sum fótur í hosu – ikki altíð; at slep-pa gamlari vanahugsan og gomlum kendum arbeiðsla-gi var ikki sum at siga tað; og mangar eru søgurnar um fordómar og illvilja, at afturhaldssinnaðir útróðar-menn settu knív á línuna hjá teimum, ið vildu royna

nýggjar leiðir. Mangt bendir á, at útróðr-

armenn norðanfjørðs hava tikið skjótari við línureiðs-kapinum enn útróðrarmenn sunnanfjørðs. Eftir 1900 er línan yvirhøvur nýtt al-lastaðni norðanfyri. Í bóki-ni »Fiskafólk« (1982) eftir Jóan Paula Joensen upplý-sir ein mykinesmaður, fød-dur í 1892, at tá hann var tilkomin róðu mykines-menn bara við línu; snørið kastaðu teir bert meðan

línan stóð.Línan hoyrdi sostatt

saman við útróðrinum í fríhandilstíðini, og helst er tað rætt, at hetlands-ferðin fyri 175 árum síðan hevur gjørt sítt. Tó sigur Jens Chr. Svabo í »Før-oyafrágreiðing« sínari (1781), at havnarmenn vóru farnir at seta flundrulínu.

Hava føroyingar tikið eftir teimum sjómonnum, sum komu við skipum til einahandilin, so hava teir eisini helst tikið eftir tei-mum hetlendsku og øðrum útlendskum fiskiskipum, sum veiddu undir Føroyum alla nítjandu øld.

Sambært Roberti Jo-ensen í bókini »Útróður 1845-1945« (1946) var føroyska línan lík teimum hetlendsku, men føroyingar høvdu styttri millum húkar-nar. Línurnar vóru vanliga 8-10 stykkir. Húkarnir vóru rørdir upp í teymin, men ta seinnu tíðina varð alt van-ligari at knýta teir uppí.

Saman við línuni fingu føroyingar amboð sum línuleyp, línutrog og kíkar. Ta fyrstu tíðina vóru flot og søkk rættiliga tilvildarlig, men tað var skjótt, at menn fóru at nýta grindakík, grindavælindi og kálvs-skinn flett í bjølg til flot.

Fullriggari í Bressasundi, millum Bressay (Brúsoy) og Lerwick

Mynd: J. D. Rattar, Hetland

Útróðrarmenn í Trongisvági komnir aftur at landi. Teir hava róð út bæði við línu og snøri. Mangastaðni var vanligt at kasta snørið meðan línan stóð. Mynd: Oliver Effersøe

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 20148

Enna Garðshorn Mikkelsen heilsar uppá Kópakonuna, aftaná fyrilesturin um Nísugentuna.

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 9

Á sunnudagin á Sjómanna-døgunum hevði Enna Garðshorn Mikkelsen ein sera áhugaver-dan fyrilestur í avhaldshúsinum í Mikladali.

Enna Garðshorn Mikkel-sen, ið er cand mag. Í euro-pæiskari etnologi, bachelor í fólkloristik og journalis-tur, hevur granska nógv í søgum og sagnum um kópar og fólk kring um í heiminum. Alt hetta gran-skingararbeiði hennara hevur higartil ført við sær at hon hevur útgivið bók á donskum undir heitinum ”Sælkvinden”, við undirtit-linum ”En sælsom fortæl-ling.

Bókin er sera snotuliga myndprýdd av Elsu Heine-sen, ið er myndlistarkvin-na og sniðgevi mdd. Elsa er dóttir Levi Heinesen úr Klaksvík.

Í fyrilestri sínum, segði Enna frá um Nísugentuna úr Mirkonesien í Stilla-havinum.

NísugentanÍ micronesiska atol Ulithi finst eitt sagn um hvus-su tvær nísugentur komu á land at síggja menninar dansa. Fýra nætur upp í slag, komu tær á land, lótu seg úr hvøljuni, goym-du hana, og sum vanligar gentur hugdu tær í loynd eftir monnunum á oynni ímeðan teir dansaðu. Men ein maður, hevði fýra nætur upp í slag, sæð fótasporini hjá frammandu gentunum í sandinum. Hann var sam-stundis vísur í, at ongin av oynni hevði gingið her hesa tíðina. Hann gjørdi av at kanna hetta nærri og króg-vaði seg har hann hevði sæð fótafetini byrjað.

Sum hann situr har og bíðar í fjørðuni, sær hann

endiliga tær tvær nísurnar koma á land, taka hvølju-na av og blíva til gentur. Maðurin sá hvar tær goym-di hvøljurnar og ímeðan tær vóru á veg til dansin, tók hann aðra hvøljuna.

Tá hann hevði gjørt hetta, fór hann í dansin og eygle-iddi tær báðar genturnar. Tá dansurin var liðugur fóru genturnar aftur oman í fjørðuna og hann aftaná.

Onnur av gentunum fann ikki hvøljuna hjá sær, ímeðan hin fór í sína hv-ølju og bleiv aftur til nísu. Gentan, ið ikki fann hvølju sína bleiv við at leita, til

sólin reis í eysturi. Tá kom maðurin til hana og hon byrjaði at gráta. Hann segði henni, at hon ikki skuldi gráta, tí hann ætlaði ikki at gera henni nakað ilt. Hann bað hana gifta seg við sær og hon játtaði, tí hon hevði mist hvøljuna og kundi tí ikki fara heimaftur..

Maðurin tók hana við sær heim og har livdu tey saman. Nakað seinni ble-iv hon við barn og átti eitt dreingjabarn. Nøkur ár seinni hendi tað sama og hon átti eina gentu. Hvøl-juna hevði maðurin bjálva væl og goymt høgt uppi

undir takinum. Tá hann og nísugentan blivu gift, segði hann við hana, at hon on-gantíð mátti røra handan pakkan uppi undir lofti-num.

Ein dagin segði maðurin konu síni, at hann skuldi til útróðrar. Hann fór og tók son sín við sær ímeðan gentan bleiv heima hjá mammuni. Nísukvinnan setti seg á songina at hvíla seg, men ímeðan hon situr har, byrja smákykt at detta niður úr loftinum. Hon sá at tað kom úr pakkanum hon ikki skuldi røra. Hvøljan var byrja at rotna og nógvar

flugur vóru á pakkanum. Nísukvinnan tók pakkan niður at vita hvat var í. Tá varnast hon at hetta er hvøl-jan, ið hon hevur mist bur-tur í fjøruni fyri mongum árum síðani.

Hon tók hvøljuna oman at havinum, legði hana í ein hyl har, smurti hana við einhvørjum løgi, og hvøljan gjørdist aftur sum nýggj. Tá hon sá hetta, tók hon dóttir sína, smurdi gurkemeja á hana. So tosaði hon við dót-trina og segði henni frá at hon, mamman, í veruleika-num var ein nísa, og at hen-ni longdist aftur til havs og

at har fór hon. Eisini segði hon at dóttirin ikki skuldi koma aftaná. Hon legið aft-urat, at um menninir á oyn-ni nakrantíð fóru út at fiska og fingu eina nísu, so máttu hon og beiggi hennara ikki eta av nísuni. Bæði mam-man og dóttirin grótu. Tær søgdu farvæl hvør við aðra, og nísukvinnan fór aftur í havið.

Hon svam tætt framvið har maður hennara og so-nurin fiskaðu. Hon svam runt um teir fleiri ferðir ímeðan hon græt. Maðurin skilti nú, at nísan var kona hansara og at hon hevði tikið hvøljuna niður frá goymsluni. Hann segði við nísuna at hon kundi fara har henni lysti og at hann skuldi ansa væl eftir soni og dóttir teirra. Síðani ka-vaði nísan og sást ikki af-tur. Drongurin og gentan gróti, tí mamma teirra var rýmd.

----

Søgan úr Mikronesien líkist sum sæst nógv søgu-ni um Kópakonuna. Fleiri søgur og hugleiðingar eru í bókini ”Sælkvinden” eftir Ennu Garðshorn Mikkel-sen. Bókin fæst í bókabúðunum.

Oliver

Søgur og sagnir um kópar og fólkeru nógvastaðni kring um í heiminum

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 201410

Sjómannadagurin 2014 - Sí fleiri myndir & filmar á nordlysid.fo

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 11

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 201412

Sjómannadagurin - fleiri greinar, myndir og filmar á www.nordlysid.fo

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 13

Ein av trúgv-astu gestunum á Føroya Sjó-mannadegi hesi 10 árini dagurin hevur verið fyriski-paður, er slup-pin Jóhanna.

Skiparin á Jóhannu, helst øll árini hon hevur vitja á Sjómannadegnum hevur verið Bjarni Brattaber.

Nú Sjómannadagurin fyllti 10 ár hevði Bjarni tikið tvinnar gávur við til Klaksvíkar, onnur var til Jákup Mikkelsen, stjóra og eigara á P/F Kjølur, sum er umboð fyri Mustad og hin var til Kristian Martin Ras-mussen, stjóra á P/F Chri-stian í Grótinum og øðrum í samtakinum.

Á pallinum í Klaksvíks-garðinum greiddi Bjarni Brattaberg fyrst frá gávuni til Jákup Mikkelsen. Hetta vóru tveir stoyptir húkar, sum vit vanliga nevnd. Tað vil siga, at rundan um leggin á húkunum var stoypt ein fiskamynd og endamálið við henni er at gera húkin tyngri, soleiðis at hann søkkur nóg skjótt saman við teininum á snø-rinum tá fílað verður.

Bjarni greiddi frá, at hesir húkarnir vóru komnir frá Á Tjørn í Vági, sum Hans Dahl stovnaði. Húkarnir vóru í uppruna eskjuni og á henni stóð navnið Mustad og navnið Christiania. Bjarni helt tí, at húkarnir stavaðu frá áðrenn 1905 og helt, at hetta kundi verið forvitnisligt hjá Mustadum-boðnum í Føroyum. Jákup Mikkelsen var ógvuliga fegin um gávuna. Hann si-gur við Norðlýsið, at hann fer nú at kanna hjá nærri Mustad í Noregi um húkar-

nar. Tað fara vit at frætta nærri um í Norðlýsinum seinni.

Hin gávan, var ein hetta. Ein hetta, sum fjalmenn og sjómenn ofta brúktu fyrr, tó hendan ikki var so ógvuli-ga gomul.

Um hettuna sigur Bjarni Brattaberg, at tað bar so á í 1995, at hann, saman við einum langabbasoni Chri-stian í Grótinum, lá innif-rystur í ísinum norðanfyri Svalbard. Teir vóru á rækju-veiðu við South Island. Vit lógu har innifrystir í 21 da-gar. Har var kalt, ógvuliga kalt.

Niður á ísin høvdu vit ein loðsleydara og tá bar til hjá okkum at ganga eftir ísinum yvir á hini skipini, sum eisini lógu innifryst har.

Ein dagin minnist eg, segði Bjarni Brattaberg víðari, at annar av dreing-junum hjá mær, sum vóru við, skjeyt ein mása við eini kraftigari luftbyrsu. Áðrenn hann skuldi fara út á ísin eftir másanum, bað eg hann lata seg í eina termodrakt og vøttir. Hann fór niðurundir at gera het-ta, tá hann kom uppaftur, stóð ein ísbjørn og skræddi másan í seg.

Ná, men hettan, sigur Bjarni. Tað var so, at hesin skyldmaðurin hjá Kristian

Martini hevði eina het-tu, sum onkur í familjuni hevði seymað honum. Í øl-lum kuldanum fann hann ein dagin uppá at seta tvey hol í nakkan á hettuni fyri eyguni, og so lat hann seg í hettuna øvuðgt tá hann var á dekkinum ella fór út á ísin í øllum kuldanum. Hetta helt eg var ógvuliga væl hugsa, tí nú lívdi hettan so væl fyri andlitið í bítandi kuldanum.

Onkusvegna lá hettan ef-tir tá maðurin eftir loknan túr var farin av skipinum og eg helt at eg skuldi taka mær av henni.

Vit Kristian Martin Ras-mussen, segði hann síðani. Um onkur tykkara hevur áhuga í hesum, so vóni eg at tú kanst fáa hettuna aftur til rætta eigaran í familju tíni.

Kristian Martin var ov-farin av hendingini og tak-kaði fyri.

Aftaná hevur Kristian Martin spurt fastir sína í Lamba um hettuna. Fas-tur hansara er fróðakvin-nan Albertha Gaardlykke í Lamba, dóttir Christian í Grótinum og systir Pálla hjá Mariannu, sum hann varð kallaður.

Jú, sigur Kristian Martin,

fastir hevur seymað hettu-na, sum ommusonur hen-nara hevði við á túrinum Við Southern Island við Svalbard.

---

Um tílíkar hettur, sigur Adelborg Linklett, sum vit fregnaðust hjá, at tað var vanligt at seyma slíkar het-tur til sjófólk, til fjallmenn og til manfólk, sum arbeid-du úti. Hetta vóru góðar og heitar hettur, sum fjaldu alt høvdið at kalla, eitt stykkið var eisini niður á akslar-nar og hettan var knappað

framman, soleiðis at hon eisini vardi væl hálsin.

Tilfarið var sjálvan-di ymiskt alt eftir hvør seymaði og hvar í landinum tær komu frá, men oftað var tað sum var uttaná vovið úr ull, ímeðan fóðrið var eit-thvørt mjúkari, sum ikki stakk so illa.

Fyrr var vanligt at síg-gja menn í slíkum hettum, sigur Adelborg Linkletty. Hetta vóru ikki innfluttar hettur, men slíkt sum før-oyskar kvinnur evnaðu til sjálvar.

Oliver

SK IPA RIN Á JÓH A NNU, BJA RNI BR AT TA BERG,Á S JÓM A NN A DAG V IÐFORV ITNISLIGUM G ÁV UM

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 201414

Grethe Anita Holand í No-regi fann fløskupostin, sum Emily Rasmussen kastaði út í Kalsoyarfirði 16. august í 2013. Grethe Anita Ho-land skrivar soleiðis.

Hey úr Noregi!Eg búgvi í Bodø í Norður-

noregi og tá eg vitjaði oyn-na Femris í juni 2014 var eg so heppin at finna eina fløsku (fløskupost9 sum er send úr Føroyum 16. august 2013!

Tað sær út fyri mær, sum tit hava havt ein festival: ”Føroya Sjómannadagur”, og at ein evni á skránni var at lata børn kasta fløs-kupostar. Tá brævið er skrivað á ein formular við tykkara web og mailadres-su og eini mynd av øllum børnunum við fløskunum, so kanska tit hava ein lista

við øllum luttakarunum??(Hevði verið stuttligt at

frætt, um fleiri fløskur eru funnar ella um mín er tann einasta?).

Eg hevði verið takksom

um tit kundu funni gentuna sum sendi ”mær” brævið: EMILY RASMUSSEN, á brekku 55...

Kanska kunnu tit geva henni brævið frá mær ella

almannakunngerða brævið í miðli tykkara?

Og tó, eg haldi tað vera ótrúligt at fløskan kundi reka allan vegin úr Før-oyum og higar til oynna

FEMRIS í gildeskål á leið 90 kilometrar sunnanfyri Bødø á 67 stig og 17 minut-tir norður!!

Hjalagt sendi eg brævið sum Emily sendi og eina

mynd av staðnum har eg fann fløskuna.

Bestu heilsanirGrethe Anita Holand.

FL Ø SKUPOSTURIN HJÁ EMILY FUNNIN Á FEMRIS Í NOREGI

Nógvur makrelur er at fáa nú og Sjúrðarberg fer nú eisini at royna.

Sjúrðarberg kom aftur úr Barentshavinum mikukv-øldið. Hann hevði 460 tons. Eftir at skipið hevur lan-dað hevur ætlanin í løtuni verið, at Sjúrðarberg skal fiska makrel í eina tíð. Frá makrel skipunum ljóðar, at fiskiskapurin veruliga he-vur tikið seg upp seinastu dagarnar.

LínubátarnirAv Kósini frætta vit, at fáir bátar hava landað hesa vik-una. Útróðrarbáturin Kal-lanes hevði ein túr uppá 10.000 pund og ein uppá 7000 pund. Línuskipið Pi- son landaði 130.000 pund

fyrr í vikuni, meðan Jákup B landar í dag, hósdagin. Hann hevur um 120.000

pund.

SJÚRÐARBERG FEREF TIR MAKRELI

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 15

Tað eru liðini sum skorað flest mál, sum eisini eru natúrliga best umboðað millum ovastu plássini á upplegg listanum fyri Effodeildina fyrstu 21 umførini.

Jákup Ósá

21 umfør eru leikt og nú byrjar sjálvur endaspurtu-rin. Norðlýsið hevur gjøg-num kappingina fylgt við, hvørjir leikarar leggja upp til flestu málini. Tann listin er nú dagførdur og B36 álopsleikarin Lukasz Ciel-sewicz liggur á odda, sum hann hevur gjørt í eina tíð. 11 ferðir hevur hann verið næst seinast á bóltinum. Síðani kemur álopsmakka-rin Adeshina Lawal, NSÍ vongurin Árni Frederks-

berg og HB bakkurin/ vongurin Pál M. Joensen, sum 9 ferðir hava lagt upp

til mál.

Listin sær soleiðis út:11Lukasz Cieslewicz (B36)9Pál M. Joensen (HB)Adeshina Lawal (B36)Árni Frederiksberg (NSÍ)8Finnur Justinussen (Víkingur)Andy Olsen (NSÍ)7Jann Martin Mortensen (NSÍ)Hjalgrím Elttør (KÍ)Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)Alex Mellemgaard (B36)6Hallur Hansson (Víkingur)Ari Ellingsgaard (ÍF)5Andrew av Fløtum (HB)Fróði Benjaminsen (HB)Kristin Mouritsen (HB)Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur)Sølvi Vatnhamar (Víkingur)Jógvan Andrias Nolsøe(AB)

Klæmint A. Olsen (NSÍ)

ToppskjúttaralistinHyggja við eftir toppskjút-taralistanum, so sær hann soleiðis út:Klæmint A. Olsen 16 málFinnur Justinussen 13 málAdeshina Lawal 10 málFróði Benjaminsen 10 málHans Pauli Samuelsen 10 mál.

SamanlagtHyggja vit so, hvussu sam-laða støðan er, um vit telja saman bæði mál og up-plegg, so sær listin soleiðis út:Klæmint A. Olsen 21 mál/uppleggFinnur Justinussen 21 mál/uppleggAdeshina Lawal 19 mál/uppleggÁrni Frederiksberg18 mál/uppleggHans Pauli Samuelsen 17 mál/uppleggLukasz Cieslewicz 17 mál/uppleggFroði Benjaminsen 15 mál/upplegg

Norðlýsið hevur seinastu vikuna gjørt nógv fyri at sloppið framat kanska mest umtalaðu hendingi-ni í føroyskum fótbólti í seinnu hálvu, men FSF noktar fjølmiðlinum at sleppa til upptøkuna, tí hon kann skapa negativt kjak.

Tað var í 18. umfarinum, at Víkinga leikarin Hans Jørgen Djurhuus fekk reytt kort móti EB/Streymi. Hen-

dingin var nógv umtalað, og leikarin fekk leikbann í 4 dystir, Men seinni bleiv hetta niðursett, tí nýggir up-plýsingar komu fram sum gjørdu, at dómarin broytti sína frágreiðing. Frá fólki, sum hava sæð hendingina hava vit fingið upplýst, at ivasamt er, um haldgóðar orsøkir eru til at minka um leikbannið, sum dómarin og kappingarnevndin hava gjørt. 3-2 sendingin hevur havt summarfrí, og tí er hendan hendingin ongantíð víst fyri Føroya fólki.

Norðlýsið hevur tí roynt at fingið fatur á dystinum frá FSF, sum vanliga selir al-lar dystir. Men tá FSF fekk at vita, at Norðlýsið skuldi vísa hesa hendingina, so var svarið noktandi. Ors-økin var, at hetta kundi elva til negativt kjak.

Sostatt gongur FSF á odda í at fjala almennar hendingar, sum hava fólks-ligan áhuga. Meir um málið verður at lesa á nordlysid.fo gjøgnum vikuna.

Jákup Ósá

Rodrigo Silva hevur spælt sín seinasta dyst fyri KÍ.

Frá keldum í KÍ vita vit í kvøld, at samstarvið mil-lum Rodrigo og KÍ er steð-gað. Rodrigo hevur spælt

við í 17 dystum í ár hjá KÍ. Í teimum 901 minuttunum hevur hann skorað 4 mál og lagt upp til 2 mál. Men seinastu dystirnar hevur Rodrigo mist plássið á lið-num og seinasta dyst var hann als ikki í hópinum, men spældi við næstbesta

liðnum. Frá KÍ fáa vit eisini upplýst, at felagið vil takka Rodrigo fyri tíðina, og yns-kir felagið honum alt tað besta í framtíðini.

Jákup Ósá

HET TA ER UPPLEGG LISTINEF TIR 2 1 UMFØ R

F SF NOK TA R NORÐLÝSINUM UPP TØ KU

RODRIGO GI V IN Í K Í

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 201416

- verður saknað í samkomu og býi

Mánakvøldið 18. august komu boðini, at Ella Jacob-sen, búsitandi í Hirtshals, er farin heim til Harran.

Ella var gift við Vir-gar Jacobsen, ættaður úr Vatnsoyrum. Ella hevur ve-rið ógvuliga sjúk seinastu tíðina, og er eisini farin gjøgnum nógva pínu; men kortini hevur hon roynt at hildið mótinum uppi hjá bæði sær og familjuni. Sei-nastu tíðina, tá hon hevur ligið á Hjørring sjúkrahúsi, hevur hon vitað hvat klok-kan hevur sligið, og nú, hon var vorðin ógvuliga troytt, ynskti hon bert at sleppa heim til tann Harra, sum hon trúði á sum ung gen-ta. Ella var vorðin sjúk av krabbameini.

BarnatrúgvElla kom til trúgv sum heilt litil smágenta. Hon hevur sjálv greitt frá, at tað var ei-naferð, meðan Olhard Han-sen úr Fuglafirði hevði bar-namøtir í Mizpa á Eiði. Tá hoyrdi hon evangeliið um frelsuna í Jesusi so greitt, at hennara barnatrúgv greip orðið um deyða Jesusar á krossinum. Henda vitnis-burð gav Ella víðari síni børn og ommubørn.

Í KlaksvíkElla hevði kunna feira sín 65 ára dag í mei næsta ár, men so skuldi ikki verða, nú hon bert 64 ára gomul fór frá manni og familju. Hon vaks upp á Eiði, sum, tá hon var barn og tannáringur, var ein avsíðisliggjandi bygd í Føroyum. Í 1965 fly-tur Ella til Klaksvíkar, bert 15 ára gomul, sum fyri hana má hava verið sum at koma av landinum til stórbýin.

Hon var eitt skiftið arbeiðs-genta hjá Ásvør og Poul Færø, men arbeiddi eisini eitt tíðarskeið í Kósabúðini. Ella, sum var von at ganga á møti í Mizpa á Eiði, gekk eisini á møti tá hon búði í Klaksvík. Hon kom regluli-ga í Betesda, har hon eisini gjørdist fastur limur í Be-tesdakórinum - Ella plagdi at siga, at hetta var ein sera góð tíð fyri hana!

Møtti manninumUm hetta mundi var ein ungur drongur komin til Klaksvíkar, sum eisini var úr eini avsíðisliggjandi plássi í Føroyum. Talan er um Vatnsoyradrongin Vir-gar Jacobsen, sum eisini í 1965, 17 ára gamal, flytur til Klaksvíkar. Virgar fór í málaralæru hjá málaramei-staranum Óla Steinberg.

Virgar kom eisini í Be-tesda, og tað var í tí umh-vørvinum, at tey møttust og gjørdust trúlovað, og longu í 1968 gingu tey saman í hjúnaband, ávíkavist 18 og 20 ára gomul. Tey fingu sostatt 46 ár í hjúnabandi.

Tey fingu børnini: Bernard, Albin, Jógvan, Signar, Jón og Evi. Ella og Virgar eiga 20 barnabørn. Tvey av bør-nunum hjá Ellu og Virgari búgva í Hirtshals, meðan hini fýra búgva ávíkavist á Eiði, Gøtu og i Havn. Tey búðu 6 ár í Klaksvík, tá tey í 1972 fluttu til heimbygdi-na hjá Ellu. Ella og Virgar bygdu sær hús á Eiði, har tey komu at búleikast og fo-stra síni børn. Teirra anda-liga heim var í samkomuni í Mizpa.

Flyta til HirtshalsTá børnini vóru komin upp í aldri, fóru tey at hugsa um at flyta til Danmarkar og royna eina nýggja tilveru har. Tey fluttu endaliga í 1994. Tey valdu at búgva í Hirtshals, har Ella m.a. kom at royna seg sum sjó-manskona, tá Virgar var tvey ár til skips við einum av nótabátunum í Hirtshals. Virgar arbeiddi annars sum málari í Hirtshals, og ar-beiddi eisini eitt tíðarskeið hjá stóra reiðaríðnum Color Lines.

Malta Í árinum 2000 fingu Ella og Virgar eina nýggja lívsav-bjóðing. Tá fluttu tey inn á Malta, har tey komu at vir-ka sum fyristøðufólk í 3 ár. Ella gjørdist ein trúfastur stuðul, væl stuðla av man-ninum, í krevjandi sam-komuarbeiðinum á Malta líka inntil fyri nøkrum fáum vikum síðani, tá hon ikki orkaði meira. Ella og Virgar hava búð í Hirtshals í 20 ár, har tey gjørdust ein føst mynd bæði í samkomu-ni á Malta og eisini í býnum - Ella verður saknað av mongum í Hirtshals í dag!

Aftur til EiðisSeinastu tíðina hava Ella og Virgar tosað nógv um at flyta aftur til Eiðis, nú flestu av teirra børnum búgva í Føroyum. Ella var farin at gleða seg til at flyta heim, og hon plagdi at nev-na í hesum sambandi, at tá fóru tey at kunna koma til samfelagsmøtini og til kvinnustevnu og mansstev-nu í Zarepta - men heimfly-

tingin bleiv ikki á tann hátt sum Ella hevði hugsa sær!

JarðarferðinTað var eingin ivi hjá Vir-gari og familjuni, at konan og mamman skuldi jarðast í barndómsbygdini. Fríg-gjadagin var ein andakt hil-din á Malta, har kistan við Ellu varð kórsett kl.14.00 Meira enn 100 fólk høvdu leita sær inn á Malta fyri at siga Ellu farvæl. Meðan fólki settist í salinum, fyltu Sela-systrarnar salin við sí-num vakra sangi.

Hans Djurhuus legði fyri við stuttum innleidningi, har hann læs Jóhannes ka-pitul 11, ørindini 21-27 og legði dent á, at henda lutin átti Ella. Síðani sungu tær tríggjar systrarnar sangin, “Er Jesus nær....” Tað var eitt serligt ynski frá famil-juni, at júst hesin sangurin skuldi syngjast.

Høvuðstalari var Gulak Madsen. Hann gekk út frá tekstinum í 2. Korintbræ-vi kapitiul 5, ørindini 1-8. Gulak talaði um tað, sum teksturin eisini lærir, at “tá kistan verður senkað niður í grøvina, so er tað ikki konan, mamman ella om-man, sum liggur har, men einans tjaldið, sum sál og andi hennara búði í. Sálin og Andin hjá Ellu eru flutt heim til Harran!”

Edmund Joensen, sum hevur búð mong ár í Hirts-hals, endaði andaktina við einum stuttum orði. Hann tók m .a. soleiðis til: “Ella segði mangan: “Minnist til, at tað eru mong onnur, sum kenna Harran og sum ikki ganga í okkara samkomu!” Við hesum vildi Ella un-dirstrika, at tað eru ikki ei-nans vit á Malta, men nógv onnur eisini!

Uttanfyri MaltaTá kistan fór við líkvogni-num, sum koyrdi næstan við ongari ferð niðan gjøg-num Vinkelvej, stóðu øll uttanfyri Malta og eygle-iddi líkvognin inntil hann kom til hornið Vinkelvej/Vestergade. Hetta var ein talandi og kensluborin løta, tí hóast tað var skýggjað og ikki sørt av vindi, so sendi sólin nakrar ljósar og hei-tar strálir, júst hesa løtu-na, niður yvir Vinkelvej 2, meðan henda stóra mann-fjøld stóð í djúpari tøgn og mintist Ellu. Tá kistan sne-iddi til vinstru á horninum á Vestergade, segði onkur spækuliga, at nú fór Ella um sýnuna - Ella er farin um sýnuna! Vit síggja hana ikki aftur her, men so satt vit trúgva, at Jesus doyði og reis uppaftur, so skula vit síggja hana aftur á up-preisnardegnum!

VIÐ NORRØNUKistan kom heim við Nor-rønu mánamorgunin 25. august kl.06.00, og fór beinleiðis í Mizpa á Eiði, har jarðarferðin verður týs-dagin kl.14.00. Virgar og familjan vóru øll við Nor-rønu, sum fór úr Hirtshals leygardagin kl.16.30. Tað var grípandi, og samstun-dis ein vøkur sjón at eyg-leiða umborð á Norrønu, at Virgar hevði øll síni børn og fleiri av abbabørnunum rundan um seg, nú hann fór heim at fylgja konuni til gravar – ein sigursgleði mitt í sorgini!

Tey sum ynskja at minnast Ellu, kunnu flyta eina pe-ningagávu til Zarepta. Kon-ta í peningastovnunum.

Poul Jóhan [email protected]

Mynd tikin í salinum á Malta fyri fáum døgum síðani. Møguliga seinasta myndin, sum er tikin av Ellu.

ELLA HJÁ VIRGAR ER FARIN

Um miðnáttarleitið má-na-kvøldið bórust tíðin-dini, at tað var eldur í hjá Looknorth í Klaksvík.

Eldur var komin í elút-búnaðin á einari maskinu, ið framleiðir vørur úr EPS (flamingo).

Ein maður var til arbeiðis tá skaðin hendi. Hann ring-di beinanvegin 112, men megnaði síðan sjálvur at sløkkja, áðrenn sløkkiliðið kom á staði stutt eftir.

Av tí at tað var borði so skjótt at, er skaðin ikki so umfatandi. Elskápið í ma-

skinuni er brent upp, men enn vita vit ikki hvussu umfatandi skaðin er á ma-

skinuna annars. Nakað av royk- og sótskaða er eisini í maskinhøllini, ið má vas-

kast øll sum hon er. Goyms-lan er púra óskaðla.

Arbeiði við at vaska ma-skinur og maskinhøllina er longu fari í gongd, í sam-ráð við Trygd. Tað er Glo-bal Dry Ice, ið stendur fyri reinsingini.

Vit rokna við, at fram-leiðslan kann byrja aftur síðst í vikuni, og tí eiga ok-kara kundar ikki at merkja nakað til skaðan.

Samanumtikið mugu vit siga, at tá skaðin hendi, eru

vit sloppin sera væl. Mest av tí at so rætt var borið at beinanvegin.

Annars er at siga, at het-ta kom sum eitt sjokk, eftir at vit høvdu ein sera væ-leydnaðan Sjómannadag leygardagin, har vit høvdu millum 2.000 og 2.500 fólk á vitjan, bæði at síg-gja virkið, og at njóta ein kaffimunn við nýbakaðum vaflum.

ELDUR Í LOOKNORTH

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 17

L E I Ð A R I N

Hósdagin 24 juli legði kæri bróðir okkara árarnar inn, aftaná eina drúgva sjúkale-gu,har hann í mong ár hevði stríðst ímóti hervuligu par-kinson sjúkuni, Birni hevði júst runda tey 78

Minnini kundi verði nógv at skrivað um, hann var ein sera virkin maður, vaks upp á bóndagarði og í einum bóndaumhvørvið. Tað vóru fýra bóndagarðar á Oyri ígjøgnum hansara uppvøkstur og umframt seyðin, so vóru eisini neyt á øllum gørðunum og het-tar hevur uttan nakran iva verið við til at mynda persónsmenskuna hjá ei-num dreingi, sum veksur upp í slíkum umhvørvi. Hugurin til haga og seyð mundi tíðliga vísa seg hjá Birna eisini, tí spæliplássið vísti seg fyri ein stóran part at vera í haganum, og het-tar kom týðuliga til sjóndar seinni, tá eg kom at gan-ga í haganum saman við honum. Hann kendi so at siga hvønn stein og hvørja torvu, og fá mundi støðini vera, hvar hann ikki hevði sett sín fót, um tað var slætt ella bratt, tí djarvur var hann sum fáður. Ábyr-gdarkenslan var stór, hevði seyður gingið seg í óføri, so mátti handlast, óansæð um ringt var at koma til ella ikki, tað var hugtakandi at vera við til.

Ungur var hann eisini tá hann setti sítt álit á Har-ran Jesus sum sín persón-liga frelsara, og var hettar sjálvur grundvøllurin undir lívi hansara her á jørð tey árini, sum honum vóru tilmáld. Ígjøgnum tað li-vandi orðið tilognaði hann sær lívsins vísdóm. Eitt sereyðkenni við Birna var, hvussu umráðandi tað var

at ongin skuldi verða óræt-tvíst viðfarin.

Tá realskúlin var fingin afturum bak, starvaðist hann eina tíð á landi. Síðan royndi hann sjóðlívið í nøkur ár, bæði við norskum línubátum og við trolara, og onkran túrin upplivdi hann eisini, hvat tað vil siga, at vera illa staddur í einum av lívsins veruligu drama-leikum, hvar illa stóð til í illveðrið á kappanum.

Birni var sera vitugur, hevði stóran kunnleika til mong viðurskiftir .Minni var av einum heilt serligum slag sum eisini mundi vera tað seinasta sum fánaði burtur. Var ein yvaspur-ningur um slektina nøkur hundra ár afturi í tíðini so

var bara at spyrja Birna og har fekst ein skilagóð frágreiðing. Hann fann sær eina megnar kvinnu í Mari-tu Purkhús, og giftust tey í 1961. Sama árið fekk hann prógv sum skipari.

Tá ið tíðin var komin til tess, tók hann festi og fór at bóndast. Hetta røkti hann fyrimyndarliga væl saman við konuni Maritu, líka til hann noyddist at leggja frá sær, í 2004, orsaka av sjúkuni sum hevði snýkt seg inn á hann. Síðan he-vur hann fyri størsta par-tin verið búgvandi heima, har Marita hevur verið um hann og røkta hann. Tey fyrstu mongu árini eftir at hann var blivin bóndi, røk-ti hann eisini fleiri onnur

álitisstørv samtíðis. Tveir synir eiga tey, Jákup og Høgni, og abba og ommu-børnini eru 6. Saknurin er stórur, men nú er tað Lívs-ins Harri, sum hevur tikið Birna heim til sín, og har hevur hann tað gott og har skullu vit møta honum af-tur.

Æra verið minni um Birna

Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst. Sálm. 119 - 160

VinarligaHeðin Hansen

Minningarorð um kæra bróðir mín Birna Hansen

Tá ið talan er um veðurviðurskiftini í Føroyum, so er stórur spurningur, um vit ikki eru komin sera stutt her á landi, at boða frá um veðrið og veðurlíkin-dum fyri framman.

Í skrivandi stund verður á portalum spátt um eina ódn, ið kann koma at raka okkum mánadagin. Hyg-gur tú eftir tí, sum kendu meteorologisku veður-støðirnar siga, so spáa tær ikki um serliga nógvan vind mánadagin, bert um 18 til 20 metrar um se-kundið.

Vit sum hyggja eftir veðurforsøgnunum hvønn dag vita, at tað er sera óvist, tað sum støðirnar spáa fleiri dagar fram.

Ja, sjálvt um dagin ímorgin hava tær flestu veður-støðirnar trupulleikar, at spáa rætt um, og hví so er, kunnu vit bert gita um, tí vit hava lítla fyri ikki at siga onga serfrøði her á landi, hesum viðvíkjandi, sum dagliga arbeiðir við veðurforsagnum.

Tær veðurstøðir vit vanliga hella okkum til, lig-gja á Íslandi, í Noregi, í Danmark, í Onglandi og aðrastaðni. Orsøkin til at veðurtíðindini við Føroyar eru so óneyv og óálítandi mangan, er kanska ors-akað av fjarstøðuni frá veðurserfrøðingunum og til Føroyar.

Eitt eru yvirlitsveðurforsagnirnar, nakað annað er veðurforsagnirnar fyri tey lokalu økini í Føroyum. Ídag lurta flestu eftir útlendskum veðurstøðum, og fáa tí lítla og onga frágreiðing um teirra lokaløki og tí kann veðurforsøgnin mangan vera sera lítið verd, um skipast skal fyri eitt nú tiltøkum uttandurða. Er ættin góð her, eru líkindi fyri at fáa kava ella regn á hesi ættini og hvønn týdning hevur útnyrðingur, útsynningur og so framvegis fyri meg her eg stan-di.

Men tað er ikki bert á landi at saknur er í , at vit, sum hava havið tætt kring um okkum, als ongan mete-rologiskan stovn hava í nærumhvørvinum.

Enn er fiskivinnan stóra samfelagsinntøka okkara. Afturat traditionellu fiskivinnuni hava vit eisini ali-vinnuna, sum ídag arbeiðir við at fara longur út á hav við alingini.

Eitt framkomið samfelag sum okkara, hevur sjálvandi neyvar veðurforsagnir fyri neyðini. Sam-felagið er so tætt tengt at veðri og vindi, at vit eiga her á landi at seta á stovn okkara egnu veðurser-frøði.

Tað kann ikki vera rætt, at vit bara venda bakið til ein so týðandi tátt í menningini av samfelagnum.

Vit eiga at kunna krevja neyvari veðurforsagnir, enn tær vit fáa ídag.

Mánadagin fæst sjón fyri søgn, verður gitt rætt hesaferð ella hvussu? Tað er spurningurin, sum vit mugu liva við, tá ið um veðurforsagnir í Føroyum ræður.

Ídag mikudagin 27. August, siga veðurstøðirnar um mánadagin 1. Sept. Storm No, útsynning 16-21, YR útsyning 11-18, Free Meteo 12 og DMI sigur 15-20 metrar um sekundið. So fáa vit at síggja.

Veðrið má sær sjálvum ráða

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 201418

StarviðSum umhvørvisleiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður eisini partur av leiðslutoyminum hjá IRF. Samstundis skalt tú vera við til framhaldandi at tryggja positivu gongdina hjá IRF saman við leið-slu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars.

Títt yvirskipaða ábyrgdarøki verður, at:Hava umhvørvisligu ábyrgdina av øllum viðurskift-um innan IRF.

Tínar høvuðsuppgávur verða, at:• Menna og røkja góðskustýringsskipanir innan umhvørvi• Hava umsjón við øllum umhvørvis- góðkenningum hjá IRF• Røkja sambandið við myndugleikarnar á umhvørvisøkinum• Vera við til at menna viðgerðina av burturkasti hjá IRF• Innsavna og skipa hagtøl fyri burturkast, kanningar og óhapp v.m.• Gera árligar umhvørvisfrágreiðingar• Fylgja við á lóggávuøkinum innan umhvørvi• Samskifta við kommunur, stovnar, virkir, áhugabólkar og næmingar v.m. í sambandi við vitjanir og fyrispurningar

Persónligir førleikar:• Tú virðir tað, at finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar, har alt upplýsingar tilfar verður savnað og útgreinað• Tú hevur gott yvirlit og metir um einstøku støðuna út frá veruleikanum• Tú hevur góð samstarvsevnir og ert jaligur• Tær dámar væl at síggja úrslit í mun til tey mál, sum verða sett• Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betri, einklari og skjótari.• Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Yrkisligir førleikar:• Hægri útbúgving innan umhvørvi e.l.• Góðan teldukunnleika• Góðan kunnleika til rakstur og logistikk í nútíðar rakstrareindum• Leiðsluroyndir, kunnleiki til dygdarstýring, umhvørvi og viðgerð av burturkasti er ein fyrimunur

Setanar- og lønartreytirStarvið verður sett frá 1. november 2014 ella skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yr-kisfelag ella eftir nærri avtalu.

UmsóknUmsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

IRFVíkarvegur 107520 Leirvík ella til t-post: [email protected]

Umsóknin skal vera IRF í hendi innan hósdagin 18. september 2014.

IRF tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkom-nar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf.: 414243.

IRF er ein interkommunalur felagsskapur við 29 limakommunum. IRF tekur ímóti øllum ruski og burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í lima¬kommun-unum. IRF rekur ymiskt virksemi kring oyggjarnar, og øll pláss skulu hava umhvørvis-góðkenning. IRF hevur umleið 20 serútgjørdar bilar til flutning av burturkasti og til at taka sær av rottangatøming og reinsing av spillivatnsleiðingum v.m. Umleið 70 fólk eru í starvi hjá IRF.

UMHVØ RVISLEIÐARI TIL IRFSøkt verður við hesum eftir umhvørvisleiðara til IRF.

Tað verður sami venjari, sum seinasta kappingarár skal venja menninar hjá Team Klaksvík.

Kristian Andreasen er dagligur leiðari hjá besta liðnum hjá Team Klaksvík og hann sigur, at felagið he-vur gjørt avtalu við venjara fyri komandi ár. Tað verður

Svein Rógvi Nielsen Ljós-stein, sum heldur fram sum høvuðsvenjari hjá felag-num. Hann var eisini ven-jari seinasta kappingarár. Team Klaksvík er byrjað uppá fyrireikingarnar og hava regluligar venjingar. Sum skilst verður hópurin fullmannaður í næstu viku. Kappingin byrjar 28. sep-tember.

Team Klaksvík hevur styrkt seg við Bogdan Florea og einum nýggjum útlendskum málverja til komandi ár. Dusko Petru-sic og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen halda eisini fram í felagnum.

SVEIN RÓGVI SK AL VENJA TE AM KL AKSVÍK

NORÐLÝSIÐ NR. 27 FRÍGGJADAGIN 29. AUGUST 2014 19

Reyði Krossur er altíð til staðarVit hjálpa úti og heimaHjálpið okkum at hjálpa

Les meira á www.reydikrossur.fo

L A NDSINNS AV NING 13. SEP TEMBER 20 14

ÚTBJÓÐING

Vegna Starvsmannafelagið verður arbeiðið, at umbyggja gamla sjónvarpsbygningin í J. H. Schrøtersgøta 9, hervið boðið út í almenna lisitatión, sum høvuðsarbeiðstøka.

Áhugaði kunnu, umvegis teldupost, venda sær til Arkitektar 99, [email protected], í seinasta lagi 01.09.2014, kl. 16:00.

Lisitatiónin verður á teknistovu okkara mánadagin 15.09.2014, kl.14:00.

ARKITEKTAR 99 - GRØNLANDSVEGUR 2 - TEL. 363500 - WWW.ARKITEKTAR99.FO

99arkitektar99arkitektar

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu

S TA R V S L Ý S I N G

Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

Hevur tú hugsanir um, hvussu eldraøkið kann mennast frameftir? Dámar tær avbjóðingar, og hevur tú evnini til at leiða og motivera eitt fjølbroytt lið av leiðarum í ymiskum arbeiðsumstøðum?

Starvið gevur tær ávirkan og møguleika fyri at seta tíni fingramerkju á eina nýggja framtíð fyri eldraøkið í Norðoyggjum.

BYGNAÐUR OG STARVEldraøkið í Norðoyggjum er skipað sum eitt javnbjóðis samstarv ímillum kommunurnar í Norðoyggjum.

Eldraøkið fevnir um bústovnar, heimarøkt og aðra tilhoyrandi tænastu. Virksemið fevnir um allar Norðoyggjar. Tað eru í løtuni uml. 150 starvsfólk innan økið.

Endamálið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu er at stuðla undir, at borgarar kunnu vera sum longst í egnum heimið, við:a. at fyribyrgja sjúku,b. at stimbra sálarligu og likamligu

heilsu og trivnað borgarans,c. at endurmenna mistan førleika,d. at stimbra møguleika hins

einstaka at klára seg sjálvan,e. at veita røkt og umsorgan.

Arbeiðsplássið er dynamiskt og umsitur eina sera týðandi samfelagsskipan. Økið hevur stóran almennan áhuga, tí tað fevnir um tænastu til nógv fólk.

UPPGÁVUR OG KRØVLeiðarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Norðoya Bú- og Heimatænastu og teimum stovnum, sum eru og koma í økinum.

Leiðarin skal tryggja at uppgávurnar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.

Hann hevur beinleiðis tilvísing til stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum hevur evstu ábyrgd av eldraøkinum.

Dagliga umsitingin av Heimatænastuni verður partur av umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu.

Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, og at menna nýggju umsitingina saman við leiðslunum og starvsfólkunum umsitingini.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv við nýggjum avbjóðingum innan eldraøkið, har tú fært møguleikan at verða við til, at samansjóða allar tænasturnar, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur at bjóða í Norðoyggjum.

HØVUÐSUPPGÁVURNAR HJÁ LEIÐARANUM ERU M.A. AT:•• ganga á odda, soleiðis at tænasturnar

í Norðoya Bú- og Heimatænastu frameftir verða í fremstu røð

•• gera uppskot um bygnað og samansjóðing av øllum tænastunum

•• byggja upp eitt vælvirkandi og sam-skipandi leiðslutoymi, sum sam starv-ar og gagnnýtir førleikar og skipanir í umsitingini best møguliga

•• fremja skilagott samstarv og samskifti við politikarar, borgaran, leiðslur, um-sit ing, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar

•• tryggja, at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar, sum samstarvið veitir borgarunum í økinum innan heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður skipað so skilagott sum til ber

•• ráðgeva stýrinum o.ø. og vegleiða í spurning um innan eldraøkið

•• verða skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í Norðoya Bú- og Heimatænastu

VIT VÆNTA OKKUM, AT TÚ:•• hevur viðkomandi heilsufakliga útbúgving

ella aðra viðkomandi útbúgving og hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum,

•• við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Norðoya Bú- og Heimatænastu sum heild,

•• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi,•• ert savnandi og skapandi, tí einki verður

framt uttan í samstarvi við onnur,•• ert virkisfús/ur og týðilig/ur og dugir

væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum,

•• ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjar stýring og hevur góðar um-sitingarligar førleikar,

•• hevur førleika at menna samstarv og sam skifti við politikarar, borgaran, leiðslur, umsiting, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar og

•• hevur hegni og evni at koma fram til fram tíðarloysnir og fremja tær í verki.

LØNAR OG SETANARTREYTIRStarvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 39.293,77 kr. um mánaðin, og harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Setanarøkið fevnir um Norðoyggjar og tænastustaðurin er býráðsumsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu.

UMSÓKNUmsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Norðoya Bú- og Heimatænastu, C/O Klaksvíkar Kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postboks 2, 700 Klaksvík.

ella til teldupost-adressuna: [email protected]

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. september 2014 kl. 12:00. Starvið verður sett frá 1. oktober 2014 ella skjótast tilber.Um fleiri upplýsingar ynskjast, ber til at ringja til Klaksvíkar Kommunu og tosa við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra (fartlf. 217788), ella John Færø, trivnaðar stjóra (fartlf. 222216).

NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA

Eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv sum leiðari fyri eldraøkið í Norðoyggjum er nú leyst at søkja. Økið verður yvirtikið frá landinum 1. januar 2015, og tí krevst ein framsíggin persónur við góðum leiðaraevnum, ið setur framburð og trivnað í hásætið.